Skip to main content

Faðir og dóttir

 

CCF 124 C

TSB D 324

 

1 Faðir spurdi dóttur á ráð:

“Vilt tú giftast mann í ár?”

 

Men riddar svevur aleina.

 

2 Hon svór tað við Gud og menn,

hon hevði hvørki hugsað ella tonkt tað enn.

 

3 Hon svór tað við munni,

hon var so skær sum ein nunna.

 

4 Hon svór tað við sannan Gud,

at eingin veit, hvat kemur í hug.

 

5 “Hvat var tað fyri ein riddar[i] fín,

í aftan reið í garðin tín?”

 

6 “Tað var ei nakar riddar[i] fín,

tað var Kristin, terna mín.”

 

7 “Tað plagar so Kristin, terna tín,

at skera so stuttan stakkin sín?”

 

8 “Døggin drívur so kalda,

jomfrú plagar síni klæði upphalda.

 

9 Døggin drívur so víða,

jomfrú plagar síni klæði uppsníða.”

 

10 “Hvat var tað fyri lítil kind,

í aftan græt í búðum tín?”

 

11 “Tað var ikki lítil kind,

tað var Falkin, hundur mín.”

 

12 “Tað plaga so tínir hundar smá,

at hava reiv, list og húgvu á?”

 

13 Kongurin burtur í markina reið,

hann møtti ein riddara á sínari leið.

 

14 Kongurin sínum svørði brá,

hann hjó riddaran í lutir tvá.

 

15 Hann tók upp hansara høvur,

tað bant hann við sín saðilgjørð.

 

16 Hann tók upp hansara hond,

hana bant hann við sín saðilvong.

 

17 Kongurin heim í garðin reið,

úti hans dóttir fyri honum stóð.

 

18 “Kennir tú nakað hetta høvur,

sum hongur við mín saðilgjørð?”

 

19 “Eg kenni enn, so kendi eg tá,

so mangt eitt koss á vørrum lá.”

 

20 “Kennir tú nakað hesa hond,

sum hongur við mín saðilvong?”

 

21 “Eg kenni enn, so kendi eg tá,

so manga nátt á armi lá.”

 

22 “Kennir tú nakað hendan fót,

sum hongur við mín saðil góð?”

 

23 “Eg kenni enn, so kendi eg tá,

so mangt eitt spor til búðin[a] mundi gá.

 

24 Gud forláti tær, faðir mín,

í hvat tú gjørdi mót dóttur tín.

 

25 Gævi tað Gud og faðir mín,

at eldur hevði staðið í búðum tín.

 

26 Og tú var innibrunnin,

fyri øll tey ráð tú kundi.

 

27 At tú var inni varin,

og eg fyri uttan *staðið.”

 

28 Setti hon eld á hvíta lín,

inni brendi hon faðir sín.

 

Men riddar svevur aleina.

 

CCF 124 C

TSB D 324

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access, 4). Gudmund Effersøe skrivaði upp, 1846.

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 66.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 142.

 

Heimild: Úr Streymoy:  Gudmund Effersøe, føddur í Tórshavn (1827-1916), Vestmanna, 1846.