Skip to main content

Pætur Knútssons ríma

 

CCF 160 C

TSB D 80

 

1 Eg gekk meg í bóndans garð,

sum bóndin stóð:

“Húsbóndin, lána mær hús í nátt,

mín hest er móð!”

 

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir taka bót,

tann er eingin, ið teirra torir hevna.

 

2 Húsbóndin hann setti

sín fót á gátt:

“Eg lovi ongum livandi manni

her inn í nátt.”

 

3 Út kom bóndans hústrú,

við rokk hon spann:

“Lánar tú ikki tann fyrsta mann hús,

tað er stór skamm.”

 

4 Hann tók upp ein rísakveistur,

sló hana á kinn:

“Gakk tú teg í stovuna inn,

statt har og spinn!”

 

5 Út kom bóndans tjenastupíka,

hon treskti korn:

“Húsbóndin, lána honum hús í nátt,

tú blæs í horn!”

 

6 Hann tók upp eina eikirót,

sló hana á lend,

hon fór seg í ladan igen,

sum hon var brend.

 

7 Út kom bóndans tjenastukall,

hann treskti malt:

“Húsbóndin, lána honum hús í nátt,

tað er so kalt!”

 

8 “Tú hevur etið mítt kjøt og korn

og so mítt flesk,

gakk tú teg í ladan igen,

statt har og tresk!”

 

9 Út kom bóndans dóttir

í kyrtil grøn:

“Faðir mín, lána honum hús í nátt,

fyri mína bøn!”

 

10 “So bint tín hest við ladans dyr,

tú gev honum hoy,

hvar veitst tú so smukkan mann

til hesa moy?”

 

11 “Mín hestur kann væl úti standa

og eta hálm.

eg veit ongan smukkari mann,

enn eg eri sjálvur.”

 

12 “So tak tú mína onkadóttur,

før hana á veg,

tað verður ikki gestaleyst,

meðan hon er her!

 

13 So tak tú mína onkadóttur,

før hana ástað,

nú var tú tann tjúgundi maður,

ið hana bað.”

 

14 Pætur Knútsson klæðist

fyri seingini síni:

“Heinta mær higar frú Ingibjørg,

kæru móður mína!

 

15 Ver vælkomin, mín sæla móðir,

sit mær íhjá,

øllum mínum dreymunum

teim viti tú ráð!

 

16 Tann fyrsti dreymur, meg droymdi,

mín kápa var svørt,

øll tey skinn, ið har vóru undir,

tey vóru burt.

 

17 Tann annar dreymur, meg droymdi,

tann falkin grá,

bundnir vóru hans veingir,

hans føtur og so.

 

18 Tann triði dreymur, meg droymdi,

tann vegin so lang,

burtur var saðil, og eftir stóð hestur,

í skógvin rann.”

 

19 “Tann fyrsti dreymur, tú droymdi,

tín kápa var svørt,

øll tín sorg og angist,

hon gongur snart burt.

 

20 Tann annar dreymur, tú droymdi,

tann falkin grá,

tað er tann moy, tín hugur stár á,

tú kanst ikki fá.

 

21 Tann triði dreymur, tú droymdi,

tann vegin so lang,

tú verður førdur av Rúmaríki

við mikil trang.”

 

22 Kristin unga, Gudmundar dóttir,

hon vaknar úr dvala:

“Nú hoyri eg mín veldiga harra

í garðin tala.”

 

23 Svaraði hennara sæla móðir,

sum hon var von:

“Tann tú hoyrir í garðin tala,

er ein *herjansson.”

 

24 Pætur Knútsson vendi

sínum hesti á brúgv:

“Minnast skal eg tær *herjanssons navnið,

á mína trúgv.”

 

25 Kristin unga, Gudmundar dóttir,

undir vindeyga gekk,

hoyrast mátti langan veg,

hennar hjarta sprakk.

 

26 Pætur Knútsson ríður

eftir vegnum fram,

feldi Gudmund, Kristinar faðir,

við fimmti mann.

 

27 “Saðlum várar hestarnar,

og ríðið ástað,

nú er hann riðin úr Gudmundar garði,

os gerdi glað!”

 

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir taka bót,

tann er eingin, ið teirra torir hevna.

 

CCF 160 C

TSB D 80

Handrit: Savnið hjá Hentze (Ny kgl. Saml. 1954,4°), nr. 8.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 184.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 76.

3. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011, s. 147.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannis í Króki (1794-1869), Sandi, 1819.

Ørindini 1-13 eru tey somu sum í CCF 186 B: Tjúgundi biðil.