Skip to main content

Plóg og Ingimann

 

CCF 161 B

TSB D 310

 

1 Plógur og Ingimann hvíti,

teir drukku mjøð á Rípum.

 

Orlov biðjum vær,

ærligir menn,

dansin vilja vær fremja,

tað er ikki dagurin enn,

orlov biðjum vær.

 

2 Teir drukku mjøð og hildu gleim,

áðrenn teir fóru frá Rípum heim.

 

3 Teir drukku mjøð og hildu gaman,

áðrenn teir skuldu frá Rípum fara.

 

4 Mælti hann Plógur higar úr stað:

“Eg verði vigin í henda dag.”

 

5 Mælti hann Plógur higar úr stað:

“Heintið mær hit mín rúnarstav!

 

6 Tað síggi eg á mín rúnarstav,

eg verði vigin í henda dag.

 

7 Tað síggi eg á mín[ar] rúnir mest,

eg verði vigin á mín sjálvs hest.

 

8 Eg vildi átt so fulltrúgvin svein,

sum mær hevði fylgt frá Rípum heim.”

 

9 Svaraði Ingimann hvíti:

“Tú mást væl á meg líta.”

 

10 “Vissiliga skuldi eg litið á teg,

hevði [eg] vitað, tú hevði ikki svikið meg.”

 

11 “Svíki teg gudurin sterki,

sum annan svíkir í verki.

 

12 Svíki teg gudurin ríki,

sum annan aktar at svíkja.”

 

13 Teir settust á sínar hestar,

teir riðu alt sum mesta.

 

14 Tá ið teir komu í rósinslund,

tá lysti Plógur at hvíla um stund.

 

15 “Veit ikki, hvat meg sætti,

meg søkir so mikil sveitti.”

 

16 “Sprett brynju av tær hvíta,

lat vindar á teg líða!”

 

17 Plógur spretti brynju frá háls,

Ingimann hjó, tí har var fals.

 

18 Ingimann sínum svørði brá,

hann kleyv Plóg í lutir tvá.

 

19 Ingimann heim í garðin fór,

úti kongurin fyri honum stóð.

 

20 “Vælkomin, Ingimann hvíti,

hvat er títt í Rípum?”

 

21 “Tað er títt í Rípum,

hvør vil annan svíkja.

 

22 Tað eru tíðindi tín ei góð,

eg havi vigið *tann danska Plóg.

 

23 Tað eru tíðindi tín ei best,

eg havi vigið tann danska prest.”

 

24 “Hevur tú vigið tann danska prest,

tá skal nýta rætt sum best.

 

25 Hevur tú vigið tann danska Plóg,

tá skalt tú nýta rætt so góð.”

 

26 Kongurin heitir á sveinar tvá:

“Gevið Ingimann steglar á!”

 

27 Ingimann út av vindeyga sá:

“Her stár eitt ørs at ríða á.

 

28 Eitt er ørsið, og ei er frítt,

sjáldan brúkti mín faðir slíkt.”

 

29 Teir leiddu Ingimann út for bý,

settu hann á ein steglar ný.

 

30 Teir gjørdu Ingimann steglarhjól,

har drakk hann síni síðstu jól.

 

Orlov biðjum vær,

ærligir menn,

dansin vilja vær fremja,

tað er ikki dagurin enn,

orlov biðjum vær.

 

CCF 161 B

TSB D 310

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók , nr. 55. Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 188.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 129.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.