Ríka frú
CCF 164 B
TSB D 155
1 Eg var mær við á í gjár,
har stóð ríka frú, kembdi sítt hár.
Hárið hevði hon sum spunnið gull.
Heller lover jeg mig en jomfru.
2 Hárið hevði hon sum spunnið gull,
hartil var hon høvisk og dygdarfull.
“Ríka frú, vilt tú mær lova?
3 Ríka frú, vilt tú mær lova
eina nátt hjá tær at sova?
Eina nátt ella báðar tvær.
4 Eina nátt ella báðar tvær,
um enn tær vóru ikki meiri enn tær.”
Ríka frú var so skjót at svara.
5 Ríka frú var so skjót at svara:
“Fáið tann skamm, sum teg vil hava!
Eg fái einki av tær gott.
6 Eg fái einki av tær gott,
eg fái av tær bæði háð og spott.
Skrubb og kláður fái eg av tær.
7 Skrubb og kláður fái eg av tær,
ongar náðir vænti eg mær.
Eg fái av tær hosta og krím.
8 Eg fái av tær hosta og krím,
ikki kemur tú í song til mín.”
Nú vilja vit vísuni venda.
9 Nú vilja vit vísuni venda,
aðra eftir senda.
Eg var mær við á í gjár.
10 Eg var mær við á í gjár,
har stóð ríka frú, kembdi sítt hár.
Hárið hevði hon sum rotið rís.
11 Hárið hevði hon sum rotið rís,
av øllum skøkjum bar hon prís.
Eyguni vóru sum puntalastein.
12 Eyguni vóru sum puntalastein,
nøsin var sum markin breið.
Hendumar vóm sum mosagrýta.
13 Hendumar vóru sum mosagrýta,
fóturin ongan skógv kann nýta.
Harra Krist veri tí ríku frú vreið.
14 Harra Krist veri tí ríku frú vreið,
for hvørt eitt spor, mín foli steig
níggju vegir á hvørji leið.”
Heller lover jeg mig en jomfru.
CCF 164 B
TSB D 155
Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 192.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 152.
Heimild: Úr Sandoy: Christiane Rasmusdatter (1849-1934), Skálavík.
Kristian Joensen av Sandi skrivaði upp í 1873.