Skip to main content

Selamons ríma

 

steps to write a essay research business plan buying college research papersCCF 168 B

TSB D 256

 

1 Selamon býður so víða,

- stíga og dansa fram -

so mangir í hans brúdleyp ríða.

Stoltans G ... .

 

2 Selamon býður so mongum,

bæði gentum og dreingjum.

 

3 Selamon høggur upp í bríkar,

so mangan mann og ríkan.

 

4 Selamon høggur upp í beinkir,

so mangan mann og einkjur.

 

*                           *                           *                          

 

5 Selamon høggur av móði,

- stíga og dansa fram -

hina ungu brúður í blóði.

Stoltans G ... .

 

CCF 168 B

TSB D 256

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  (AM, Access. 4). Stutt brot, 1861.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser X, Udgivet 1933-65 af H. Grüner-Nielsen, Karl-Ivar Hildeman, Erik Dal og Iørn Pio, s. 528

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 204.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 114.

 

Heimild: Úr Streymoy: Hans Andreas Poulsen (1814-1880), Kollafirði, 1861.