Skip to main content

Magnus kongur í Noregi ella Margretu kvæði

 

CCF 31 B

TSB D 94

 

1 Vuksu upp í ríkinum

kongabørnini tvey,

áðrenn tey gótu á gólvi gingið,

slitu tey skarlak reyð.

 

2 Vuksu upp í ríkinum

kongabørnini bæði,

áðrenn tey gótu á gólvi gingið,

bóru tey skarlaksklæði.

 

3 Magnus kongur í Nøríki,

bæði ríkur og reystur,

sendi hann sína onkadóttur

innan nunnukleystur.

 

4 Tá ið hon hevði í kleystri verið

mánaðirnar tvá,

tá lysti frúnni Margretu

sín faðirs garð at sjá.

 

5 Tá ið hon hevði í kleystri verið

mánaðirnar tríggjar,

tá lysti frúnni Margretu

sín faðirs garð at síggja.

 

6 Tað var frúgvin Margreta,

skuldi ríða heim,

mætur var sá edilingur,

ið henni møtti á leið.

 

7 Hann reiv av henni stakkin,

hann reiv av henni serk,

til hann hevði vunnið henni

tað syndar neyðisverk.

 

8 Hann reiv av henni stakkin,

hann reiv av henni geira,

gullband um hennara herðar lá,

hon hevði ikki eftir fleiri.

 

 9 “Nú havi eg rivið tíni klæði av,

gjørt tær last og skamm,

eg biði teg fyri tann øvarsta gud,

tú sig mær títt navn.”

 

10 “Magnus kongur var faðir at mær,

frú Hjørdís mín móðir,

Ólavur var mín onkabróðir,

hann vaks upp á skóg.”

 

11 “Var Magnus kongur faðir at tær,

frú Hjørdís tín móðir,

samfingin eru vit systkin tvey,

eg eri tín eigin bróðir.

 

12 Far tær, frúgvin Margreta,

aftur í klosturborg,

ongari sig tú nunnu frá,

so væl ber tú tína sorg!

 

13 Far tær, frúgvin Margreta,

aftur í klosturstein,

ongari sig tú nunnu frá,

so væl ber tú títt mein!”

 

14 Aftur fór frú Margreta

í sína klosturborg,

ongari segði hon nunnu frá,

so væl bar hon sína sorg!

 

15 Aftur fór frú Margreta

í sín klosturstein,

ongari segði hon nunnu frá,

so væl bar hon sítt mein!

 

16 Kongurin letur veitslu gera

eina á hvørjum heysti,

býður hann øllum nonnunum

inn á Mariu kleystur.

 

17 Glaðar vóru nunnurnar,

í gildi skuldi fara,

uttan frúgvin Margreta,

tí hon mátti heima vera.

 

18 Glaðar vóru nunnurnar,

í gildi gingu inn,

uttan frúgvin Margreta,

tí hon bar sorg við kinn.

 

19 Glaðar vóru nunnurnar,

í gildi gingu inn,

ringur situr Magnus kongur,

hann saknar dóttur sín'.

 

20 “Hvat er mín dóttir av sóttum sjúk,

ella hevur hon látið lív,

hví gongur hon ikki í gildi inn,

sum annað lystugt vív?”

 

21 Allar dýptu høvdið niður,

eingin tordi tala,

uttan hin gamli abbadissin,

hann komst ikki við at svara.

 

22 “Ei er tín dóttir av sóttum sjúk,

ei hevur hon látið lív,

hon gongur sær við barninum,

sum annað lystugt vív.

 

23 Ei er tín dóttir av sóttum sjúk,

ei hevur hon givið upp and,

hon gongur sær við barninum,

sum annað lystugt vand.”

 

24 Tað var enntá Magnus kongur,

hann sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

25 Tað var enntá Magnus kongur,

hann sínum brandi brá,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi lá.

 

26 Eingin hestur í ríkinum

kongin bera mátti,

uttan hin illi apaldagrá,

sum abbadissurin átti.

 

27 Tá ið hann hevði riðið

eina so lítla stund,

tá kom honum tað í hug

at leggja eld í grund.

 

28 Tá ið hann hevði riðið

eina so lítla leið

tá kom honum tað í hug

at leggja eld í stein.

 

29 Tá kom honum tað í hug

at leggja eld í stein,

brenna inni frú Margretu,

meðan hon var heima ein.

 

30 Hann reið skjótt og skundiliga

gjøgnum grøna lund,

Margreta við beinkin krýpur,

hon tolir neyðarstund.

 

31 Hann reið skjótt og skundiliga

gjøgnum grøna líð

Margreta við beinkin krýpur,

hon tolir neyðartíð.

 

32 Tað var enntá Magnus kongur

heim í garðin fór,

úti frúgvin Margreta

fyri honum stóð.

 

33 “Ver vælkomin, mín sæli faðir,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín!”

 

34 “Lítið er mær um mjøðin tín

hálvvæl minni um vín,

sig mær skjótt og skundiliga

barnaferð tín!”

 

35 “Fyrr vil eg í Harrans navn

láta mítt lív,

fyrr enn eg sigi tær

barnaferð mín.”

 

36 Tað var enntá Magnus kongur,

hann legði eld í stein,

brendi inni frú Margretu,

meðan hon var heima ein.

 

37 Ólavur kom av skógnum heim,

bæði troyttur og móður,

sløkti hann tað í heita bál

við sínum hjartablóði.

 

38 Tóku tey bæði systkini

og sveiptu í ein dúk,

vísir lógu teirra vegir

til himlakongin út.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur tær grógva væl.

 

CCF 31 B

TSB D 94

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens 1904, Føroya Landsbókasavn

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 651.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Katrine Malene Symphor (1862-1942), Sumba, fødd í Fámjin