Skip to main content

Ellindur bóndi á Jaðri

 

autodesk alias design 2010 autocad sketch oem software buy autodesk 3d studio autodesk revit 2011 build lighthouse in autocad oem autodesk autocad 2010 onlineCCF 45 C

TSB D 368

 

1 Ellindur bóndi á Jaðri eystur,

komin av kongakyni,

væl er hann til barna borin,

tríati eigur hann synir.

 

2 Ellindur bóndi á Jaðri eystur

hann er av kongastamma,

væl er hann til barna borin,

tríati eigur hann manna.

 

3 Tríati eigur hann synir av sær,

og annaðslíkt var døtur,

svørji tann eið á mína trú,

hann bíður tess ikki bøtur.

 

4 Svaraði signaður Ólavur kongur

við alskyns mektarmeingi:

”Ellindur bóndi á Jaðri eystur

heldur mín skatt so leingi.

 

5 Ellindur bóndi á Jaðri eystur

hann gevur mær ongan skatt,

tað er í tí for mær greint,

at tørvin býður margt.

 

6 Hvørki skattar hann skrúð ella lín

og ei tað silvurið mjúka,

tríati hevur hann skattir hildið,

kongi burdi at lúka.

 

7 Hvørki skattar hann skrúð ella lín,

og ei tað silvurið brenda,

tríati hevur hann skattir hildið,

ið kongi burdi at senda.”

 

8 Svaraði Sjúrður erkabisp

eina so lítla stund:

”Hvat skulu vit við skipum fara

ella yvir lund?

 

9 Hvat skulu vær við skipum fara

ella yvir land?

Vil hann ikki skattin geva,

vit taka hann við vald.”

 

10 Svaraði signaður Ólavur kongur,

kátur við mikla list:

”Eg skal senda mín lítin svein

at bera honum boðini fyrst.”

 

11 Út varð leiddur gangarin

undir hallarvegg,

hann var klæddur við skarlak

og niður á hóvskegg.

 

12 Hann var klæddur við skarlak

og niður á miðja síðu,

so var allur saðilin,

ið sendisvein skuldi á ríða.

 

13 Sendisvein leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdi seg hvørki við skjøld ella svørð

og ei við saðilbuga.

 

14 So ríður hann sendisvein

beinan vegin fram,

forgyltir leikaðu ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

15 Hvørki fekk tann sendisvein

dag ella nætur ró,

fyrr enn hann kom á Jaðar eystur,

sum Ellindur drakk bjór.

 

16 Hvørki fekk tann sendisvein

dag ella nætur hvílu,

fyrr enn hann kom á Jaðar eystur,

sum Ellindur drakk vín.

 

17 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

18 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ellindur bóndi á borði situr

við tríati synir sínar.

 

19 Ellindur leyp yvir borðið fram

við silvurskál í hendi:

”Signi Gud tíni eygun tvá,

so hann teg higar sendi!”

 

.20 Tað svaraði sendisvein

við alskyns mektarmeingi:

”Hvat vilt tú, bóndi, svara til,

tú heldur tann skatt so leingi?”

 

21 ”Eg havi honum av skatti alið

tríati synir baldar,

góðsið hans og lívið mítt

tað stendur til hans at valda.

 

22 Eg havi honum av skatti uppalið

tríati synir giftar,

góðsið hans og lívið mítt

tað stendur til hans at skifta.”

 

23 Tí svaraði Ellindur bóndi

í fyrsta orði tá:

”Eg skal finna mín velduga harra

í hetta sama ár.”

 

24 Tí svaraði Ellindur bóndi

og av so góðum treysti:

”Eg skal finna mín velduga harra

á hesum sama heysti.”

 

25 Sendisvein leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdi seg hvørki við skjøld ei svørð

og ei við saðilbuga.

 

26 Hvørki fekk tann sendisvein

dag ella nætur ró,

fyrr enn hann kom í Tróndheim norður,

sum Ólavur drakk bjór.

 

27 Ikki fekk tann sendisvein

dag ella nætur hvílu,   

fyrr enn hann kom í Tróndheim norður,

sum Ólavur drakk vín.

 

28 Tað var enntá sendisvein,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Ólavur kongur

fyri honum stóð.

 

29 ”Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín!

Hvussu tók hann Ellindur bóndi

við ørindum tínum?”

 

30 ”Hann hevur tygur av skatti alið

tríati synir baldar,

góðsið sítt og lívið sítt

tað stendur til tygur at valda.

 

31 Hann hevur tygur av skatti alið

tríati synir giftar,

góðsið títt og lívið hans

tað stendur til tygur at skifta.”

 

32 Ellindur letur av lunni ganga

eina forgylta skeið,

hann kvittaði so í Tróndheim norður

ta hina longu leið.

 

33 Reyðir ringar av reyðargulli

í hans homlum vóru,

hildu so í havið út,

teir skoyttu ikki, hvar ið teir fóru.

 

34 Reyðir ringar av reyðargulli

í hans homlum var,

skoytir hann ikki, at hann siglir

nátt ella ljósan dag.

 

35 Ellindur bóndi á Jaðri eystur,

bliknaði føgur kinn,

tá var honum sorg í huga,

hann siglir á ríkið inn.

 

36 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Ellindur bóndi

sínum fótum á land.

 

37 Fyrstur steig hann Ellindur bóndi

á so hvítan sand,

og hann Jóan jarnlegg

undir hans høgru hand.

 

38 Ellindur bóndi á Jaðri eystur

samlar at sær skinn,

vísir lógu nú vegirnir

í Postolakirkju inn.

 

39 Ellindur gongur frá strondum niðan,

reikar um so víða,

reikar hann so um Postolakirkju,

í hallina kom hann síðla.

 

40 Úti í miðjum grasgarði

samlar hann at sær skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

41 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ólavur kongur á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

42 Svaraði Jóan jarnlegg,

tóktist vera komin í vanda:

”Hví lata tygur mín gamla faðir

so leingi for borði standa?”

 

43 Svaraði Jóan jarnlegg,

hann talar til Tambarskeggja

og til Torstein, bróður sín:

”Vit hvessum várar eggjar!”

 

44 Svaraði signaður Ólavur kongur,

hevði ikki fleiri orð:

”Ver vælkomin, Ellindur bóndi,

stíg yvir breiða borð!”

 

45 Tað var hann Jóan jarnlegg,

framdi tað, ið hann vildi,

hann setti sín faðir yvir borð

á reyðum riddaraskildri.

 

46 Svaraði signaður Ólavur kongur

við alskyns mektarmeingi:

”Hvat vilt tú, bóndi, svara meg til,

tú heldur mín skatt so leingi?”

 

47 ”Eg havi tær av skatti alið

tríati synir baldar,

góðsið títt og lívið mítt

tað stendur til tygur at valda.

 

48 Eg havi tær av skatti alið

tríati synir giftar,

góðsið títt og lívið mítt

tað stendur til tygur at skifta.”

 

49 Svaraði signaður Ólavur kongur,

frá man frættast víða:

”Hvat skulu vit til skemtan hava, hesi jólini líða?

 

50 Hvat skulu vit til skemtan hava,

bóndi, av synum tínum?”

”Torstein ungi og Tambarskeggi

standa í javnar glímur.”

 

51 Svaraði signaður Ólavur kongur,

sló tað upp við gamni:

”Torstein unga og Tambarskeggja

haldi eg vera javnar.”

 

52 Torstein ungi og Tambarskeggi

sprungu upp á gólv,

tað er í tí for mær greint,

at hvør stóð syftur tólv.

 

53 ”Helvtin hon skal eftir vera,

bóndi, av synum tínum,

helvtin skal fara á Jaðar eystur

at gleða móður sína.

 

54 Helvtin, bóndi, av tygara synum

teir taki eg til mín,

helvtin skal fara á Jaðar eystur

at gleða móður sín.”

 

55 Gingu teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir drógu sín knørr úr neysti.

 

56 Vindur hann upp síni silkisegl,

lætnaði sorg og sút,

tá var honum gleði í huga,

hann siglir av ríki út.

 

57 Vinda upp síni silkisegl,

ríkir menn og reystir,

stryka ikki á bunkan niður

fyrr enn við Jaðar eystur.

 

58 Út kemur Helga húsfrúin,

gevur fullgott treyst:

”Hetta er ikki knørrin tann,

ið hiðan fór í heyst.”

 

59 Svaraði Helga húsfrúin,

møðig fellir hon tár,

”Hetta er ikki knørrin tann,

ið hiðan fór í ár.”

 

60 Svaraði Helga húsfrúin,

hon stígur á stinnar leggir:

”Tað síggi eg á hesari ferð,

at deyður er Tambarskeggi.”

 

61 Hon tekur sínar moyggjarnar,

hon klæðir tær væl í skrúð:

”Tit skulu fara til strandar oman

mót Ólav kongi at stríða.”

 

62 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ellindur bóndi

sínum fótum á land.

 

63 Fyrstur stígur Ellindur bóndi

sínum fótum á land,

og hann Jóan jarnlegg

undir hans høgru hond.

 

64 Tá var kátt á Jaðri eystur,

njóskurin tók at brenna,

tá kom teimum gleði í huga,

hvørt ræður annað at kenna.

 

65 Drekka teir á Jaðri eystur

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín

og glaðir á hvørjum sinni.

 

66 Helga eitur húsfrúin,

ið móðir er at øllum,

eyðkendir eru garparnir,

har ið teir stóðu á vølli.

 

CCF 45 C

TSB D 368

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  “Schrøters blandinger” (Føroya Ants Bókasavn t.e. Føroya Landsbókasavn nr. 16).

 

Útgávur: 

1. Ársbók Førja bókafelags, 1900 s. 82

2. A.C. Evensen: „Kvæðabók I“ s. 124. Givið út hevur Hitt føroyska bókmentafelagið, 1910

3. Christian Matras legði til rættis: „Svabos Færøske Visehåndskrifter“, 1937-39 s. 317

4. Jóannes í Króki: „Sandoyarbók II“, 1982 s. 209. Rikard Long greiddi til útgávu.

5. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 123.

6. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis  og skrivaði inngang, s. 131,  Fróðskapur 2011

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851 ), Hvalba 1848.