Kall og Svein ungi
CCF 182 B
TSB F 70
1 “ Hvar rakst tú neyt míni? “
- segði Kall -
”Oman út í akur tín,”
- segði Svein ungi.
2 “Hvør bað teg reka tey hagar?”
“Har lá vegur mín.”
3 “Skamm fái teg rekandi.”
“So tú meg biðjandi.”
4 “Eg vildi, tú skuldi verið flongdur.”
“Við mjúkari ostflís.”
5 “Við skørpum homlubandi.”
“Ryggur tín undir.”
6 “Eg vildi, tú skuldi hingið niður fyri berg.”
“Sterk lína á mær.”
7 “Og einfaldur hosnatráður.”
“Sjálvur tú á endanum.”
8 “Eg vildi, tú skuldi flotið á víðum vatni.”
“Sterkur bátur undir mær.”
9 “Ongar *sovorðnar árar.”
“Árar av jarni.”
10 “Ein bátur við ongum árum.”
“Lotið ligið at landinum.”
11 “Eg vildi, eg skuldi hildið á øksi míni.”
“Og staðið føst í nakka tínum.”
12 “Eg vildi, eg skuldi hildið á knívi mínum.”
“Og staðið fastur í nakkarivi tínum.”
13 “Eg vildi, eg skuldi hildið á spóni mínum.”
“Og skorðaður fastur í góma tínum.”
14” Gud stýri mínum viti,”
- segði Kall -
“Nasar tínar eru mínum ‘skiidi’,”
- segði Svein ungi.
CCF 182 B
TSB F 70
Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 74 (AM, Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 267.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 147.
Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.