Skip to main content

Annika

Hans Andrias Djurhuus

Sjónleikur í trimum pørtum

Leiktur fyrstu ferð í 1917

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

 

Tey leikandi

Annika, bóndakona á Dímun

Jógvan Lýðarson, prestur í Sandoy, fosturfaðir Anniku

Ólavur, húskallur  

Hálvdan, húskallur

Rasmus,  húskallur

Inga, arbeiðskona

Ása, arbeiðskona

Fútin

Løgmaður

Løgrættumenn

Soldátar

Mannamúgva

 

Leikurin fer fram í 16. øld.

To top

Fyrsti Partur

(Roykstova á Dímun. Beinkir báðumegin. Aftan fyri teir koyggjusengur. Eldstaður beint fyri. Høgrumegin stórt borð. Brík við fýrstaðin. Aftast hurð og vindeyga.)

Tað tekur at skýma. Ása og Inga sita og binda.

Inga.
Og so reið kongur heim til borgar við henni.

Ása.
Og hvat so?

Inga.
Tey vóru ikki saman meira enn fjúrtan dagar, so doyði hann.

Ása.
Á!

Inga.
Men so fóru fólk at teska sínámillum, at tað spøkti á borgini. Vaktarmenninir søgdu seg hava sæð kongin ganga úr eini høll í aðra, eins og leitaði hann eftir einumhvørjum, ið hann hevði mist. At enda rýmdu øll burtur.

Ása (í øðrum heimi)
Rýmdu tey burtur?  (Teskandi) Tú, tað spøkir uppi í reyðu stovu.

Inga.
Svass í teg!

Ása.
Bóndin, hin gamli, gongur aftur!

Inga (leggur stokkarnar frá sær).
Krossur verði fyri mær!

Ása.
Fyri mær við. (Tegir eitt bil). Eg vaknaði í gjáranáttina og sá hin gamla.

Inga.
Jesus náði meg!

Ása.
Hann stóð framman fyri hinum lítla skápinum, har sum hin gamli plagdi at goyma droparnar. Hann trilvaði upp og niður eftir skápshurðini, vendi sær móti mær, skákaði høvdinum og hvarv.

Inga.
Tú manst hava droymt! Hetta ber ikki til.

Ása.
Nei men, um eg droymdi. Eg vaknaði av, at nakað ísandi kalt streyk mær um andlitið.

Inga (tekur stokkarnar aftur).
So, so, hin gamli bóndin er farin at spøkja.

Ása.
Ja - og hvussu kann hann finna frið í grøvini?

Inga.
Eg meini tað, eg meini tað.

Ása.
Hin gamli bóndin andaðist har uppi. Eingin uttan Annika var inni hjá honum. Og síðani hevur hon ikki sett sín fót inn um stovugáttina. Hon er bangin fyri at koma innar hagar - og veitst tú hví?

Inga.
Ein hugsar so nógv, sum ein ikki hevur dirvi at tala um.

Ása.
Eg skal siga tær eitt: Hin gamli bóndin doyði av eiturdrekka. Annika gav honum tað ... Annika hevur dripið hann.

Inga.
Lat ongan hoyra teg, onkur kundi lurtað. So tú sigur, tað er satt, sum eg havi grunað.

Ása.
Eg sigi ikki, tað er satt - men eg haldi sum tú. Annika segði, hann doyði av elli - hevur tú hoyrt so skaft – hálvt hundrað ára gamal maður deyður av elli. Hon vildi hava Ólav til mann, tí mátti hin gamli doyggja.

Inga.
Helst man tað vera so, tey liva jú saman sum maður og kona - hava gjørt tað í trý ár; men hví ólukkan giftist hon ikki við honum, hví fara tey ikki fyri prest, so sum tað sømir seg kristnum fólki?

Ása.
Nær var prestur her seinast?

Inga.
Eg hugi tað ikki.

Ása.
Men eg hugi tað. Hann hevur ikki verið her, síðani hann kastaði jørð á gamla bónda. Tað svitast ikki.

Inga.
Nei, tað ber til. Tað er synd at siga, at hann er tíðan og vitjar fosturdóttrina.

Ása.
Og hesa ferð var hann óndur. Eg hoyrdi hann siga við Anniku: “Hesa gerð skalt tú angra. Tó at tú ert fosturdóttir mín, so skal eg av øllum alvi strevast fyri, at tú skalt koma í bolt og jarn –“. Annika svaraði: “Tað er lættari sagt enn gjørt, fosturfaðir. Oyggin er løtt at verja.”

Inga.
So hevur hin gamli skilt misbrotið.

Ása.
Sjálvandi - og tað var heldur ikki vont at skilja. Líkið var heilt uppsvølpað og fult av bláum merkjum. Slíkt var eiturmerki. Vikuna eftir kom fútin úr Havn.

Inga.
Ja, og kundi ikki lenda.

Ása.
Kundi ikki lenda - jú meir enn so. Men Ólavur og hinir húskallarnir stóðu og forðaðu honum. Og uppi í kleivini stóð sjálv Annika við løddari byrsu. Síðani hevur ein verið har niðri og ansað eftir, at eingin skal sleppa á land. Teir vaka bæði nátt og dag, húskallarnir og Ólavur.

Inga.
Og eingin sleppur av oynni. - Á Gud! vit liva millum brotsmenn.

Ása.
Ja, her er vandi um allar leiðir. Tað ræður um at ansa sær.

Inga.
Tig í Guds heilaga navn, eg hoyrdi eitt ganga.

(Annika kemur. Hon er í bláum stakki við silvursprota).

Annika.
Hevur Ólavur verið her?

Ása.
Nei matmóðirin - ikki nú í fyrstum.

Annika.
So. Hví sita tit í hálvmyrkri? Hvat havast tit at?

Inga.
Vit binda.

Annika.
Binda í skýming. Tað man nógv fara at spyrjast burtur úr slíkari binding. Tendra koluna, Ása - og tú Inga, tað er best, at tú fert at stákast við nátturðan.

(Inga fer at stákast við nátturðan. Ása tendrar koluna.)

Annika (setur seg á bríkina við eldin)
Her er so óhugnaligt, tykir mær.

Inga.
Skulu vit hava greyt til nátturða?

Annika.
Eins væl tað og okkurt annað. Eg havi ikki stundir at hugsa um slíkt, kóka, hvat tú vilt - (við Asu) Fært tú ikki upp í lag at tendra?

Ása.
Veikurin nyttar einki.

Annika.
So tak ein nýggjan veik, men kvika tær ! - eg unnist ikki í myrkri.

Ása (skiftir veik og tendrar)
So nú er ljóst.

Annika.
Ja, nú er ljóst, set teg so aftur og bint!

Ása.
Matmóðirin, eg unnist ikki at sova uppi í reyðu stovu.

Annika.
Hví tá? Ert tú bangin fyri nøkrum?

Ása.
Ja.

Annika.
Fyri hvørjum?

Ása.
Tað spøkir har uppi. Hin gamli bóndin gongur aftur. Eg sá hann í gjáranáttina.

Annika (fer á føtur).
Hvønn sást tú?

Ása.
Gamla bóndan. Hann stóð framman fyri skápinum, har sum tygum goymdu eitrið - og -

Annika (bítur hana av).
Tekur tú einaferð enn sovorðið tvætl upp á tunguna, so skalt tú smakka koyrilin. Jú, so sanniliga skalt tú sova har uppi. Og vilt tú nú í stundini fara niðan og seta teg har; tú skalt sita í myrkri, til tess eg sendi boð eftir tær.

Ása (grátandi).
Tygum máttu heldur dripið meg.

Annika.
Vilt tú tiga og lystra!

(Ása fer).

Annika (við Ingu).
Hevur hon sagt tær frá hesum?

Inga.
Ja, hon hevur, men eg flenti at henni og segði, at hon hevði droymt.

Annika.
Óivað hevur hon tað. Kom nú higar at eldinum og set teg og bint og lat meg síggja, um tú ert so røsk at binda sum eg, (tekur stokkarnar hjá Ásu). Heimi á Sandi var tað eingin, ið bant skjótari enn eg.

Inga (setur seg á bríkina hjá Anniku).
Hvussu kann eg tá binda skjótari, eg sum altíð havi verið so seinfør.

Annika.
Lat okkum nú royna. (Tær binda).

Inga.
Nei, nú vil eg ikki royna longur, matmóðirin bindur minst tvær reisur so skjótt sum eg.

Annika.
Tað man so vera. Tú ert ikki tann fyrsta, ið hevur tapt fyri mær, um tú verður tann síðsta, tað veit eg ikki. Ofta havi eg vunnið onnur; enn hevur eingin vunnið meg (brýtur av). Sig mær eitt, Inga, ræðist tú meg ikki?

Inga (tegir eina stund).
Nei, matmóðirin.

Annika.
Heldur tú tað ikki vera løgið, at tú nú í heili trý ár ikki ert sloppin inn á meginlandið at vitja skyldfólk tíni?

Inga.
Eg havi ongantíð biðið matmóðurina um loyvi til tað.

Annika.
Tú slapst ikki, sjálvt um tú tryglaði meg við rennandi tárum og á tínum beru knøum; tú slapst ikki, um so móðir tín lá í andaleypi, og tú fegin vildi sæð hana, áður hon doyði. Hann, ið er her, verður verandi her til sín doyggjandi dag.

Inga.
Hví sigur matmóðirin tað?

Annika.
Tað fer at vera harvið. Mær nýtir ikki at siga tænastufólkinum, hví eg geri hetta og hatta. Tey skulu bara vita, at eg geri tað, og hareftir skulu tey rætta seg. Skilir tú?

Inga.
Ja, eg skilji tygum (fer aftur at binda). Men eg eri ikki glað við at gera tað.

Annika.
Tað krevji eg heldur ikki, tú skalt. - Í nátt svevur tú hjá Ásu uppi í reyðu stovu.

Inga.
Eg tori ikki.

Annika.
Tað verður, sum eg havi sagt. Tú trýrt jú ikki, at Ása hevur sæð nakað spøkilsi?

Inga.
Nei - men      

Annika (bítur hana av).
Einki men! Far nú út í fjós og mjólka neytunum; tað fer at vera so væl fram nú.

Inga (fyri seg, í tí hon fer).
Gud hjálpi mær.

Annika.
Víst ger hann tað; tó hjálpin er aloftast langt av leið. - Eg veit ein annan, ið hjálpir nógv betur og tykist at vera nógv sterkari enn Gud (flennir).

(Ólavur kemur, hann er vásaklæddur).

Ólavur.
Nú er hesin dagurin farin, og so fara teir dagur eftir degi.

Annika.
Ert tú móður, so fá tær sess og lat møðina renna av tær!

Ólavur.
Møðin er ikki so tung at bera (hann setir seg). Tað er mangt, sum er tyngri.

Annika.
Hvat er tað, sum er tyngri?

Ólavur.
Tað man tú vita so nógv, nógv betur enn eg. - Mær nýtir ikki at tala um tað.

Annika (tegir eina stund).
Fullvæl veit eg, hvat tú hugsar um, Ólavur - men lat tað ikki tyngja teg; tí eg skal væl standa til svars fyri øllum, ið er hent okkara millum, og eisini fyri tí, ið frammanundan hendi. - Eg eri ment at bera alt.

Ólavur.
Hevði hetta lívið bara fingið enda, tað vildi eg ynskt.

Annika.
Ynsk ikki eftir tí. Ber tú sama kærleika til mín sum fyri trimum árum síðani, tá ið maður mín doyði, so veit tú við, at tað er bara hetta lívið, sum vit bæði kunnu liva. Fyri okkum er einki annað lív.

Ólavur.
Nei, tað man helst so vera.

Annika.
Og tí skalt tú ansa væl eftir, at maður situr í kleivini nátt sum dag, so at eingin leggur at landi, uttan vit fáa at vita av tí, og tí skalt tú eisini altíð halda byrsuna til reiðar; tí tað ræður ikki bara um at verja meg, men har innari (hon bendir at glasstovuhurðini) svevur ein, sum tú ert faðir at, ein, ið ikki er doyptur enn.

Ólavur.
Eg havi ansað eftir.

Annika.
Kanska; men ikki so væl nú sum í fyrstuni. Í gjárkvøldið var eg har niðri - tá var eingin vaktari settur, og veðrið var gott.

Ólavur.
Tú ert bangin fyri øllum, Annika. Nú hava vit liva í friði og góðum náðum gott og væl trý fjórðingsár. Og trúgv tú mær, fútin hevur longu gloymt teg - hann kemur neyvan aftur á triðja sinni.

Annika.
Eg veit ein, sum ikki gloymir, og sum ikki helmar, fyrr enn eg havi fingið fjøtur um fót, tað er fosturfaðir mín, presturin á Sandi. Hann hevur bannað mær, og hann er livandi. Varða okkum fyri honum, Ólavur. Hann kann koma, tá tú minst grunar tað, koma lirkandi og sníkjandi sum tjóvur á nátt.

Ólavur.
Fyri honum beri eg ongan ótta.

Annika (fer yvir at Ólavi).
Tú ert so tryggur, tað dámar mær ikki, tí tað týðir, at tú ikki ert so sterkur sum áður. Tú gloymir at seta mann í kleivina. Varða teg, Ólavur, tí áður tú grunar tað, standa fútin og soldátarnir her inni á roykstovugólvinum. Og so er leikurin at enda.

Ólavur.
Hví ert tú farin at bera slíka frykt, Annika? Havi eg vart teg í tvey ár, so man eg eisini vera maður fyri at verja teg tað triðja.

Annika.
Eg kvíði fyri tí. Eg havi einki álit á tær, nú ið kleivin var tóm; tí hann, ið gloymir eina ferð, er væl maður fyri at gloyma aftur. Og her má ikki gloymast, Ólavur, her má ansast væl eftir, hyggjast væl eftir, at alt er, sum tað eigur at vera.

Ólavur.
Er tað so ikki best, at eg fari hiðani? Tí tá tú einki álit hevur á mær, so kann eg heldur ikki vera tær til nyttu.

Annika.
Nei, tað er ikki best, og tú kanst heldur ikki fara. Eg elski teg enn sum áður, elski teg, sum eg elskaði teg ta fyrstu stund, eg bar eyga við teg. Og tú veit, at hesin mín kærleiki veldi, at eg gjørdi tað, sum kanska eingin onnur kvinna hevði gjørt. - Maður mín drakk eiturdrykk - eg rætti honum hann. Fyri at eiga teg gjørdi eg tað. Eg havi áður sagt tær hetta - og lat meg so her leggja afturat, at eg angri einki, vildi ikki, at hetta verk var ógjørt.

Ólavur.
Eg vildi tað.

Annika (heldur fram).
Tú kanst heldur ikki fara frá mær nú, tí vit eiga son. Og tað sigi eg tær, Ólavur, á evstu stund skalt tú standa mær til svars fyri hann, um eg veri tað fyrra, ið fellur frá av okkum báðum (tegir eina stund). Ólavur, hví ert tú móður, hví ert tú ikki longur, sum tú vart tað fyrsta árið? Tú vakti tá nátt og dag; tú vart logandi brandur, allur sum tú vart, og eg svav trygt undir lonini.

Ólavur.
Eg eri givin, Annika, eg eri ikki longur mentur at liva soleiðis. Tað berst mær fyri, sum Harrans banning er yvir øllum mínum verki, og sakleyst blóð roðar í mínar hendur.

Annika.
Tig! Eg orki ikki at hoyra teg; tí nú lýgur tú; tú hevur aldri átt slíka kenslu, tú sum svavst við mína lið, meðan maður mín enn var á lívi.

Ólavur.
Eg bað teg ikki drepa hann.

Annika (flennir háðandi).
Nei, stakkalin, tað gjørdi tú ikki - og hvat ið búði í hjarta tínum, tað er ikki ókunnugt - tí so mikið veit eg: tú syrgdi ikki hin gamla og segðist heldur ikki undan, tá ið eg gav tær tann sessin, ið hann hevði átt - tú vart heldur enn ikki glaður við at taka við honum.

Ólavur (fer á føtur).
Tig við hesum, Annika; og lat tað, ið er farið, vera farið - lat tað vera deytt og grivið.

Annika (tekur hendurnar upp fyri andlitið og situr eina stund í slíkum skili).
Eg sigi kanska nakað nógv við hvørt, men tað er tí, at eg eri bangin fyri at missa teg. (Brýtur av). Seinastu nátt droymdi meg ein so sáran dreym, og tað berst mær fyri, at hann fer at ganga út.

Ólavur.
Hvat droymdi tú?

Annika.
Fútin og fosturfaðir mín vóru slopnir upp á oynna. Teir stóðu her inni á gólvinum og mangir menn í fylgi við teimum - teg sá eg eisini, men tú royndi ikki at verja meg - tú slapp tær á dyr, og eg var einsamøll. Teir tóku meg og førdu meg til Havnar, har var eg sett í bolt og jarn. Eg var dømd til at vera druknað og varð førd út á Havnarvág; men í sama bili, sum soldátarnir tóku eftir mær til tess at tveita meg fyri borð, vaknaði eg.

Ólavur.
Tú hugsar ov nógv um handa spurningin, Annika; tí droymir tú slíkar óhugnaligar dreymar. Royn at gloyma!

Annika.
Nei, hví skuldi eg tað? Eg veit meg ikki at hava gjørt nakað skeivt. Fosturfaðir mín og hann, ið nú svevur úti á kirkjugarðinum, handlaðu um meg. Eg var ikki eftirspurd. Og so, tá tann stóra stundin kom, tá ið eg føldi, at tú átti hjarta mítt, so gjørdi eg tað, sum menn rópa brotsverk, men eg rópi rætta gerð. Eg vardi meg sjálva og tað besta, í mær búði - og er tað ikki rætt? Eg rætti hinum gamla eitursteypið og var glað við at gera tað og gleddist, tá ið hann drakk; tí hann var brotsmaður. Eisini fosturfaðir mín er brotsmaður.

Ólavur.
Minn meg ikki um hetta; tí tað minnir meg um, at vit bæði hava syndað í stórum. - Guds vreiði er yvir okkum, Annika.

Annika.
Tað kann væl vera; men eg havi ið hvussu er ikki merkt stórt til hennara. Hava vit ikki nú í trý ár livað saman sum góð hjún? Hava vit ikki vart oynna bæði væl og manniliga? Nei tú, Gud hevur vælsignað okkum í stórum. (Tegir eitt bil). Ella eisini hevur fjandin gjørt tað, og so er hann sterkari enn Gud. Eg tæni tí sterkasta.

Ólavur.
Varða teg, Annika, háða ikki tað heilaga! Heldur skuldi tú fallið til jarðar og biðið hann, ið heldur himmal og jørð í hond síni, bjarga tær úr øllum vanda og fyrigeva allar syndir tínar.

Annika (leggur armarnar um hálsin á Ólavi).
Hví sigur tú hetta við meg? Heldur tú, tað er synd at verja seg sjálva og tað, ið er einum kærast? Nei, tað kanst tú ikki halda. Tú vart lívið fyri mær, misti eg teg, so misti eg alt: tí gav eg Símuni eitur; tí mátti hann doyggja.

Ólavur.
Skriftin er ímóti okkum, Annika, og vit eru ikki vígd hvørt at øðrum fyri Harrans heilaga altari.

Annika.
Tig! Tú kennir ikki skriftina, tá ið tú kanst siga slíkt. Nei, skriftin - júst skriftin sigur, at eg gjørdi beint. Móses drap egyptaran, og Judith Holofernes. - Og hvar stendur tað skrivað, at maður og kvinna skulu vígast hvørt at øðrum fyri altarinum? Tað stendur ongastaðni, tað er nakað, sum prestarnir hava funnið sær upp.

Ólavur.
Ein óndur andi úr insta helviti er farin í teg - tað er sjálvur hin argasti, ið talar við tínum varrum. (Barnagrátur hoyrist).

Annika.
Nei, ikki er tað ein óndur andi; men tað er hin sami andin, ið var yvir okkum báðum hina náttina, tá ið vit funnu hvørt annað og gótu son saman. Hoyrir tú røddina á barni okkara? Kennir tú ikki gleði og hjartans frøi við at vera faðir at einum slíkum? Hoyr meg eitt, Ólavur: hvat ið meg hendir, so mást tú minnast til barnið, verja tað og ansa eftir tí. (Brýtur knappliga av). Eg kenni við mær sjálvari, at tað ber móti endanum. Her er ikki longur, sum tað var tað fyrsta árið. Arbeiðskonurnar sita í skýmingini og teska sínámillum um, at Símun er farin at ganga aftur - og eg beri kenslu av, at alt ræðist meg. (Aftur hoyrist barnagrátur.) Ja, ja, nú kemur móðir at taka teg upp. Grát ikki. (Hon fer innar í glasstovuna. Ólavur suffar og hallar seg aftur at bróstinum).

Ólavur.
Eru tey deyðu farin at vitja aftur, so kvíði eg fyri, at tímaglasið hjá teimum, ið livandi eru, fer at renna út. (Hann reisir seg og skal fara, men í durunum møtir hann Hálvdani.)

Ólavur.
Hvaðan kemur tú? Hví situr tú ikki niðri í Kleivini?

Hálvdan.
Ein kann ikki vera sitandi har alla ævi sína, veit eg. Annars er tað at siga, at Rasmus nú hevur tikið sessin.

Ólavur.
Rasmus hevur ikki so góð eygu sum tú, og heldur ikki  ansar hann so  væl eftir.

(Hálvdan setir seg á bríkina).

Hálvdan.
Annars vóru ørindi míni eisini tey, at eg sigi upp tænastuna. Eg kann ikki longur verða her á garðinum.

Ólavur.
Er her tá ikki gott at vera?

Hálvdan.
Nei, tað er tað ikki.

Ólavur.
Hví tá?

Hálvdan.
Ja, tað mást tú væl fregnast um, fyrst at sleipa um dagin verri enn nakar hestur og síðani hálva næturnar at sita har niðri í Kleivini og gløa. - Er tað lív fyri kristið fólk? (brýtur av). Mær hevur leingi lyst at vita, hví eingin skal hava loyvi at lenda her á oynni. Kanst tú ikki siga mær tað?

Ólavur.
Tú ert einki her uttan húskallur og hevur tí ikki rætt til at spyrja um slíkt.

Hálvdan.
Á halt tú kjaft. Ert tú kanska nakað annað enn húskallur. - Ja, ja, halt mær til góðar, eg gloymdi eitt; síðani Símun andaðist hevur tú jú verið seingjarhitari hjá Anniku - tó tað framíhjáarbeiðið skal eg minst av øllum misunna tær.

Ólavur (bendir seg).
Gjørdi eg tær tín rætt, so slerdi eg teg flatan, Hálvdan. Men tú hevur verið ein góður og trúgvur tænari; tí vil eg fyrigeva tær.

Hálvdan (lotur).
Vilt tú ikki siga við Anniku, at um fjúrtan dagar fari eg av oynni?

Ólavur.
Nei, tú kanst ikki fara. Hiðani kemur eingin í livandi lívi.

Hálvdan.
Tað er løgið.

Ólavur.
Løgið er so mangt í hesi verð; tó tað, ið tykist løgnast, er oftast lættast at skilja. - Nei, sum sagt, Hálvdan, fara kanst tú ikki - og eg vil leggja tær eini góð ráð: Tala ikki ov nógv um at flyta; tí tá kann tað henda, at tú kemur at flyta undir heilt, tá ið tú minst varir tað.

Hálvdan (bangin).
Hvat meinar tú við hetta?

Ólavur.
At Annika er sterkari enn tú heldur. Eg sigi ikki meir.

Hálvdan.
Hon hevur bundið teg, Ólavur.

Ólavur.
Tað havi eg ikki sagt.

Hálvdan.
Nú skal eg siga tær nakað, ið hendi seinastu ferð, ið fútin royndi at lenda her á oynni. Vit sótu og rullaðu grót oman moti teimum og royndu at smildra bátin, so teir noyddust at halda undan - tá rópti fútin, tað dýrasta hann var mentur: Hann, ið fær mær Anniku livandi ella deyða, honum gevi eg Dímunar garð í festi; sjálvt um hann er hin versti brotsmaður.

Ólavur (trívur hann í økslina).
Nú lýgur tú, maður.

Hálvdan.
So satt hjálpi mær Gud og allir heilagir menn, er tað satt hvørt eviga einasta orð.

Ólavur.
Eg eri leiddur av hesum lívinum, Hálvdan. (Teskandi) Vit ganga allir her við lívinum í hondunum. (Lítur í kring seg) Annika drap Símun, gav honum eitur.

Hálvdan.
Tað vita vit øll her á garðinum.

Ólavur.
Hon kann gera tað sama við okkum.

Hálvdan.
Grunar hon ilt, ger hon tað. Hon er í felag við hinum versta.

Ólavur.
Húss, ver ikki so harðmæltur.

Hálvdan.
Skilji eg teg rætt, so heldur tú tað vera best, at vit fáa ein enda á hesum.

Ólavur.
Eg sigi einki. Tað nýtist kanska ikki at hyggja so væl eftir sum áður.

Hálvdan.
Nei, og um tað gerst neyðugt - eg meini, um teir ikki eru kønir í lendingini, so kundi ein kanska víst teimum eitt sindur til rættis.

Ólavur.
Eisini tað. Hetta verður sjálvsagt millum okkum báðar. Hoyr, er tað ikki best vit fara út fyri dyr eitt lítið. Vit tala betur saman úti á víðum vølli.

Hálvdan.
Tað gera vit (teir fara).

Annika (kemur).
So - á slíkan hátt skuldi hetta enda, tað vardi meg ikki (setir seg á bríkina). Tað vardi meg ikki. Á, Ólavur, Ólavur, illa lønti tú mær kærleika mín - hetta verður svárt at bera - tó eg mátti havt grunað tað (ristir við høvdinum). Ilt er kynið í kettu, so er alt slagið har eftir. Ja, ja - Símun, so er alt slagið har eftir. Eg ofraði teg fyri hansara skuld - tó tú vart ikki betur verdur. (Tegir eina stund). Og nú ofrar hann meg fyri garðin (flennir) fyri at bjarga sær sjálvum. - Ja, so eru menninir - so eru menninir. Tú gongur aftur, Símun; tú finnur ikki frið í grøvini - og tú ræðist ljós. Heldur tú, at eg óttist teg? - Nei og túsund ferðir nei. (Sløkkir koluna) So kom nú, nú er myrkt. Kom nú! — Hví kemur tú ikki? Nú mátti tú einki havt at óttast fyri. Eg skal siga tær eitt: Tað berst mær fyri, at brátt verða tað fleiri enn tú, sum spøkja á Dímunar garði (tegir aftur). Á, Ólavur, á Ólavur - hví gjørdi tú hetta - hví gjørdi tú hetta? (tekur hendurnar upp fyri andlitið).

(Ása kemur skundisliga).

Ása.
Á Jesus - á Jesus, nú er hann aftur har uppi. Hann stendur og trilvar framman fyri skápinum. (Hon sær ikki Anniku).

Annika.
So - er hann har uppi? Eg havi biðið hann koma oman higar - hann mátti tó vilja hitt meg.

Ása (sker í róp).
Annika!

 

To top

Annar partur

(Sami pallur sum í fyrsta parti).

(Ólavur situr fram á borðið. Hálvdan kemur skundisliga).

Ólavur.
Nú?

Hálvdan.
Tað er skansabáturin.

Ólavur.
Og hann kemur higar?

Hálvdan.
Ja.

Ólavur.
Ert tú vissur í tí?

Hálvdan.
So vissur sum eg eri í at sleppa væl úr hesi verð.

Ólavur.
Tað er ein vána vissan, Hálvdan.

Hálvdan.
Men Harra Gud, maður, kenni eg ikki skansabátin?

Ólavur.
Tað skuldi tú væl gjørt.

Hálvdan.
Hann er komin undir oynna, tólv rógva og tveir sita bak.

Ólavur.
So man sandoyarprestur vera annar.

Hálvdan.
Helst tað - nú kemur hann at bírætta fosturdóttrina (flennir).

Ólavur (loypur á føtur og slær nevan í borðið).
Halt kjaft ella slái eg teg.

Hálvdan.
Nú nú, sissa teg, hin rádni.

Ólavur.
Ja, tú skalt lata vera við at speireka.

Hálvdan.
Hví gerst tú illur, hevur tú ikki sovið væl í nátt, ella hvat bilar?

Ólavur.
Tað rakar ikki teg.

Hálvdan.
Íðan - hvat skulu vit so gera?

Ólavur.
Tað, sum avgjørt var í gjárkvøldið.

Hálvdan.
Teir skulu hava loyvi til at ganga upp.

Ólavur.
Tú skalt ikki forða teimum.

Hálvdan.
Men Rasmus tá?

Ólavur.
Send hann til fjals. Hann má ikki vita av hesum. Eg komi sjálvur oman í Kleivina.

Hálvdan.
Eg skal gera, sum tú sigur.

Ólavur.
Og eitt enn. Hoyri eg eitt graml um hetta, sum hevur verið okkara millum, so skalt tú gerast minni maður.

Hálvdan.
Vit eru tveir um at bera tað - og tað, ið vit gera, tað er rætt.

Ólavur.
Lat okkum trúgva tí.

Hálvdan.
Tað vita vit.

Ólavur.
Tig - har kemur fólk. (Inga kemur).

Ólavur (sigur við hana).
Far innar í kovan og fá okkum ein mjólksopa. Vit eru tystir. (Inga fer) So nú fór hon, hvat var tað so, tú skuldi siga?

Hálvdan.
At hetta, vit nú seta í verk, tað er Gudi tekkiligt.

Ólavur.
Tú skalt hava helvtina av garðinum. - So verður tú verandi her.

Hálvdan.
Tað kunnu vit altíð tala um tá (tøgn).

Ólavur.
Hvussu langt heldur tú bátin vera komnan nú?

Hálvdan.
Eg eri  ikki maður fyri at siga tað, teir hava andstreym.

Ólavur.
Ja - rætt hevur tú, og streymurin er harður, so teir koma ikki enn á sinni.

Hálvdan (fer yvir at glugganum).
Har kemur Rasmus niðan gjøgnum bøin. Gud viti, um hann hevur sæð nakað.

Ólavur.
Nei - tað hugsi eg ikki, hann hevur. Tú vart jú uppi á eggini, tá ið tú sást bátin. Hevur Rasmus verið á eggini í dag?

Hálvdan.
Ikki tað eg veit av.

(Inga kemur við tveimum mjólkarkoppum, sum hon setir á borðið).

Inga.
Verið so góðir.

(Teir drekka).

Ólavur (við Hálvdan).
Ja, so er tað best, vit fara.

Hálvdan.
Ja, lat okkum tað.

Ólavur (við Ingu).
Sig við Rasmus, tá hann kemur, at hann skal fara til fjals og hyggja eftir seyðinum.

Inga.
Ja.

(Teir fara).

Annika (kemur).
Ert tú einsamøll, Inga?

Inga.
Ólavur og Hálvdan fóru líka nú út um dyrnar.

Annika.
Hvar fóru teir?

Inga.
Tað søgdu teir ikki. Ólavur bað meg siga við Rasmus, at hann skuldi fara til fjals og ansa eftir seyðinum.

Annika.
So, segði hann tað? Annars er tað eg, sum havi ræði her og ikki hann. Kom og hjálp mær at bera vøgguna uttar higar, mær tykist, tað er kalt har inni í glasstovuni. (Tær fara).

Ása (kemur við mjólkarbiði millum herðarnar).
So nú er hetta gjørt. Kundi eg bara altíð verið hjá neytum. (Setir biðið frá sær) Hetta lívið heldur eingin út. (Tær koma við vøgguni).

Annika.
Lat okkum seta hana her fram við grúgvuna, her er so flótt (sær Ásu). Nú, hvar vóru neytini?

Ása.
Tey lógu har uppi, oman fyri garðarnar.

Annika.
Møtti tú ikki Ólavi og Hálvdani her uttanfyri?

Ása.
Nei, eg bar ikki eyga við teir.

Annika.
Og tú sást heldur ongan bát?

Ása.
Nei.

Annika.
So so. Farið tit út á kvørnina og malið mær upp í ein kannubæra av byggi. (Tær fara. Annika setist framman fyri vøgguni.) Tá ið tú verður svikin av teimum, ið hava átt alt álit títt, tá er hevndarkenslan lini og hvíld fyri sálina. Eg skal ikki verða førd til Havnar, men Ólavur skal fylgja mær fram fyri ein annan dómara. – Ja, Ólavur! tú skalt fylgja mær í deyðan. Tann eitur, ið tók Símun av døgum, hann man væl vera mentur at sløkkja neistan í okkara barmi, og hann skal gera tað. (Hyggur at barninum) Lukka fatti teg, sum tú svevur søtt. Tann, ið nú var sum tú, ið kundi ligið og sovið - sovið seg burtur frá øllum hesum. - Tó svøvnurin, ið eingin vaknar upp úr, hann skal brátt tyngja míni eygnalok og geva mær frið.

(Rasmus kemur.)

Rasmus, tú skalt fara til fjals og hyggja eftir seyðinum. Um nú eitt og annað verður umskift, tá ið tú kemur aftur, vilt tú tá gera so væl at taka tær av hesum lítla, ið liggur í vøgguni?

Rasmus.
Gud hjálpi tygum, hvat skal henda?

Annika.
Tig, nevn ikki hann. - Eingin veit, hvat ið dagurin ber, fyrr enn sól er farin í hav. Vilt tú lova mær at ansa eftir hesum lítla? - Eg havi álit á tær, Rasmus.

Rasmus.
Tað skulu tygum eisini - men eg fati ikki hetta.

Annika.
Far tú nú bara til fjals og ger, sum eg biði teg! Tær nýtist ikki at koma aftur, fyrr enn tað er liðið nakað væl út á kvøldið.

Rasmus.
Tygum eru bangin fyri einumhvørjum, matmóðir.

Annika.
Tvætla ikki. Hevur tú nakra tíð sæð meg bangna - og um so var, at eg var rødd, heldur tú so, eg sendi húskallar mínar til fjals.

Rasmus.
Nei, tað høvdu tygum væl ikki.

Annika.
Har sært tú. Far nú upp í røkurnar, Rasmus, og farvæl! Tú hevur verið mær ein trúgvur tænari.

Rasmus.
Tygum hava eisini verið mær ein góð matmóðir, tað skal eg bera tygum, hvar ið eg fari.

Annika.
Á, tað er einki at tala um.

(Rasmus fer).

Annika.
So nú skal greytur kókast. (Hon koyrir løg í ein pott, heingir hann upp yvir eldin - og fer so skundisliga út.)

(Inga og Ása koma. Inga ber ein mjølstamp í føvninginum).

Inga (setir stampin frá sær).
Ólukku í hasa kvørn, hon gerst tyngri dag frá degi - ella er tað eisini tú, sum gerst veikari.

Ása.
Helst man tað vera, at eg gerist veikari. Tríggjar nætur havi eg ikki latið eyguni saman - slíkt tekur, Inga.

Inga.
Neyðardýrið, hevur tú ikki sovið í tríggjar nætur?

Ása.
Nei - ræðslan hevur verið yvir mær, og í gjárkvøldið, tá eg skuldi leggja meg, sá eg hann aftur. Hann kom innar í stovuna, líkverjuna dró hann eftir sær. Framman fyri skápinum steðgaði hann og suffaði.

Inga.
Og hvat so?

Ása.
Eg skar í angistróp og tuskaði her niðan í roykstovuna. Hvat eg segði, minnist meg ikki, men her uppi var myrkt - og framman fyri grúgvuni sat Annika. Hon segði, tað var løgið, at Símun ikki vitjaði hana, tey bæði máttu tó havt eitthvørt at tala um. So minnist meg ikki meir, eg fell í óvit. (Harðliga). Tú skalt trúgva hesum, tað er satt hvørt einasta orð.

Inga.
Tala ikki so hart - hesin lítli kann vakna. Segði Annika tað - og sat hon í myrkri, hon sum vildi hava okkum at tendra ljós? Hoyr Ása, sig mær eitt, heldur tú ikki, at hon við hvørt er heilavill?

Ása.
Nei, tað haldi eg ikki - men tað er samvitskan, ið pínir hana. - Hon kann ongastaðni vera í frið.

Inga.
Í gjárkvøldið, tá ið hon hevði koyrt teg niðan í reyðustovu, bað hon meg koma og binda um kapp við seg, tað hevur hon ikki gjørt áður.

Ása.
Tað gjørdi hon, tí hon vildi doyva samvitskuna - fáa hana aftur at sova, men er samvitskan einaferð vaknað, so sovnar hon ikki aftur.

Inga.
Nei, tá er hon sum logandi eldur, ið brennir heilt hold - sum skáldandi løgur, ið setir varandi merki.

Ása.
Og hesin skáldandi løgurin hevur vakt Anniku. 

Inga.
Og skáldað hana.

Ása.
Júst tað - skáldað hana. Og nú brennur hon upp innanífrá. Guds eyga sær alt.

Inga.
Tig, har kemur hon!

(Annika kemur.)

Annika.
Eru tit longu lidnar at mala? - Farið so - oman í Kleivina og vitið, um Ólavur er har. Eg vil fegin hitta hann. (Tær fara.) So, nú fekk eg tær av stað, nú er best at kvika sær. (Hon tekur eina fløsku fram úr barminum.) Henda gevur frið og svøvn - og vit treingja øll til svøvn her á garðinum - til ein rættiliga langan svøvn. (Hon koyrir tað, ið fløskuni er, í pottin.) Fyrst skulu tey sovna. (Hyggur at barninum.) Og so skulu vit leggja okkum - og so verður kvirt her á garðinum. Ein dagin kemur fútin úr Havn, presturin av Sandi er við honum, hann kemur at kasta jørð á okkum. (Flennir. Barnið órógvast, hon setist at vagga.)

Reka skýggj um høga tind -

fýkur ódn um garð -

ver tú trygt - tú lítla kind

- eg skal vagga tær.

 

Risin gongur fram úr gjógv,

hann vil taka teg -

flýggjar tó um víðan sjógv;

risin ræðist meg.

 

Fýkur ódn um høga tind –

kemur kavaæl –

óttast ikki kaldan vind –

sov nú - sov nú væl. —

Kanska svøvnur teirra og svøvnur okkara gjørdist betur, um eg læt eitt sindur afturat út í greytin. (Hon fer - eina stund er pallurin tómur; so koma Ólavur og Hálvdan).

Ólavur.
Sluppu teir so á land?

Hálvdan.
Ja, og nú ganga teir niðan móti garðinum; eg ætli, teir vera her um eitt bil.

Ólavur.
Og presturin er við?

Hálvdan.
Hann gekk fremstur á odda og eggjaði hinar at fylgja sær, fútin gekk honum næstur.

Ólavur.
Og hvat gjørdi tú?

Hálvdan.
Eg hevði meg undan upp ígjøgnum Kleivina; tó gekk eg soleiðis, at teir kundu finna tann besta vegin.

Ólavur (fer yvir at grúgvuni).
So hevur tú gjørt alt væl. Hin versti kundi ikki ynskt sær betri bønarmann (tekur lokið av pottinum). Hon kókar greyt í kvøld. Kom higar - lat okkum smakka greytin.

(Annika kemur skundisliga).

Annika.
Nei, steðga eitt lítið, greyturin er ikki kókaður enn, og eg havi gloymt at bóta hann (sleppur eitthvørt í pottin). Lat hann nú kóka eina evurlítla løtu, so er hann góður.

Ólavur (hallar seg aftur á bonkin).
Áh, sum eg eri troyttur í kvøld, Annika.

Annika (spottandi).
Tað er heldur ikki at undrast yvir; tí í dag hevur tú gjørt stórverk, Ólavur.

Ólavur.
Tað sigi eg ikki, ið hvussu so er.

Annika.
Jú, í dag hevur tú gjørt stórverk; í dag hevur tú svikið meg.

Ólavur (ger seg stinnan).
Eg skilji teg ikki -

Annika (treystliga).
Á jú, víst gert tú tað; tær nýtist ikki at sita har og lúgva. Heldur tú ikki, eg veit, at fútin nú gongur niðan móti garðinum, og at tú og Hálvdan hava víst honum leið. Mangan havi eg grunað ilt, men at tú vart níðingur, tað vardi meg ikki. (Hurðin verður knappliga rivin upp. Fútin, sandoyarprestur og tíggju skansasoldátar koma inn).

Fútin.
Annika, tú ert fangi og fylgir okkum til Havnar.

Annika (trívur sleivina úr pottinum).
Hevði eg havt ein frægari verndara, so skuldi vart nøkur ár afturat, áður eg var førd hagar (gevur Ólavi sleivina millum herðarnar). Ljótur situr tú, níðingur (Ólavur hevur seg undan). Nú fosturfaðir, hetta er tygum ein gleðistund, best er, at dóttirin skrýðir seg væl; skal eg fara í tann reyða ella tann bláa stakkin? (flennir).

Presturin.
Tú ert fjandans dóttir og ikki mín. Far í tann stakk, tær lystir. (Við hinar) Farið út eitt sindur, at eg kann tala við hana í einindum.

Annika.
Ja, gerið so væl, eg havi eitthvørt at siga prestinum. (Við Ólav) Far tú eisini, neyðardýrið. Tú kanst jú biðja fútan geva tær festibræv upp á garðin. (Teir fara).

Presturin (setir seg á bríkina).
Stóra sorg voldi tú mær, Annika, og pína var, áðrenn eg fekk rivið hvørja eymliga faðirkenslu út úr hjarta mínum.

Annika (setir seg á bonkin).
Tvætla ikki - tú hevur aldri átt slíkar kenslur - aldri.

Presturin.
Manga nátt havi eg ligið og grátið fyri tína skuld.

Annika.
Tú lýgur. Grætst tú kanska ta ferðina, tú seldi meg til Símun bónda á Dímun? - eg hugsi nei - og hoyrdi tú meg, tá eg bað teg gera meg leysa frá honum? Lygnari og túsund ferðir lygnari - lygnari við pípukraga. Eg vanvirði - eg hati teg.

Presturin.
Tað er hin argasti, ið talar út av munni tínum. Lívi tínum kann eg ikki bjarga, men eg vil royna at bjarga sálini.

Annika.
Tig. Var eg maður, sum eg eri kvinna, so gav eg tær frammaná. Á Harra Gud, so tú vilt bjarga sálini. - Mær tykir, tú hevur nóg mikið við at bjarga tíni egnu sál.

Presturin (reisir seg).
So far tú til fjandans bæði við kropp og skinn! Tú hevur verið fjandans barnfrá tíni fyrstu stund og til henda dag (vil fara).

Annika.
Nei, steðga eitt lítið, vit eru ikki liðug enn.

Presturin.
Eg havi einki longur at siga tær.

Annika.
Tú ert ein tænari hjá tí altvaldandi og algóða Gudi. Eg havi stundum hildið, at hann man vera tápuligur, hesin sami Gud, tá hann kann velja slíkan mann sum teg til tænara sín.

Presturin.
Nú tigur tú!

Annika.
Nei, ikki enn. Nú eri eg komin til tað, at hann, tit prestar rópa fanin, er Gud, og hann, tit rópa Gud, er fanin; tí tú hevur nú í so mong ár tænt hesum sokallaða Gudi  -  og honum hevur dámt teg væl – tí hann veit jú alt, og tann versti brotsmaður, á jørðini gongur, er túsund ferðir betri enn tú.

Presturin (slær hana).
Gævi Gud, hetta slagið var bani tín.

Annika.
Ja, slá tú bara; tær nýtist ikki at vera bangin, har standa jú tíggju vápnaðir hermenn uttanfyri. Tá tú kastaði jørð á Símun, tá slóst tú ikki. Hjartað var heldur niðarlaga tá. Tú mátti eisini spýtt á meg - hví gert tú ikki tað, prestur? - Eg havi bert eitt ynski eftir. - Gævi tann sterkasti, at eg mátti sæð teg doyð tann ússaligasta og vanvirðiligasta deyða, áður eg sjálv andist.

Presturin (letur upp dyrnar).
Nú kunnu tit koma inn aftur; vit eru liðug at tala saman.

(Fútin og soldátarnir koma - aftast Inga og Ása).

Presturin.
Tað er best, tit binda hana.

Fútin.
Tað man ikki nýtast.

Annika (rættir fram hendurnar).
Jú, gerið endiliga tað, tí minnist til: tit eru ikki meir enn tíggju mans um eina kvinnu, sum nú so at siga einsamøll í næstan trý ár hevur vart hesa oyggj móti landsins harrum - og sum nú at enda fell fyri svikum. Nei, bindið meg endiliga. - Tó, áður tit gera tað, gevi mær loyvi til at siga hasum lítla alva mínum, í vøgguni liggur, farvæl (tekur barnið upp úr vøgguni). Góðar leiðir liggi fyri tær - tó at faðir tín var ein níðingur, so búði ikki fals í móður tíni (ber eyga við Ásu og Ingu). Takið tit tykkum av barninum fyri fyrst og biðið Rasmus vera tí í faðirs stað, tá ið hann kemur aftur av fjalli í kvøld! (Rættir Ásu barnið). So, bindið meg, nú eri eg búgvin at fylgja tykkum.

Fútin.
Nei, Annika, vit binda teg ikki. (Við soldátarnar) Sláið ring um hana og lat okkum so fara burtur hiðani. (Teir fara).

Ása.
Á Gud, Inga, hvat skulu vit gera?

Inga.
Tað, sum Annika bað okkum: taka okkum av barninum.

Ása.
Ja - tað noyðast vit - tí hvør skal annars gera tað? (hyggur at barninum).
Stakkalin.

Inga.
Einki er hann stakkal - hann, ið eigur eina slíka móður.

Ása.
Eina móður, ið hevur dripið mann sín og átt barn við húskallinum!

Inga.
Vit skulu ikki døma Anniku, kanska høvdu vit gjørt sum hon, vóru vit í hennara stað.

Ása.
Ikki mundi tað verið.

Inga.
Eg taki ikki fyri tí. Lat okkum bera vøgguna innar í stovuna og fáa barnið at sova. (Tær fara við vøgguni. Eina løtu er pallurin tómur).

Hálvdan (kemur inn, lítur í kring seg).
Kom tú bara innar, Ólavur, teir eru longu farnir við henni.

Ólavur (kemur).
Tað var tó gott, at hetta fekk ein enda. Nú alt er yvirstaðið, kenni eg, hvussu tung hesi ár hava verið mær.

Hálvdan.
Nú í nátt kunnu vit óttaleysir leggja okkum at sova. - Gav fútin tær festibræv upp á garðin?

Ólavur.
Ja - tað hugsi eg - hann stakk mær eitt pappír í hondina, tá ið presturin bað okkum fara út. Her er tað (gevur Hálvdani eitt pappír). Les tú, eg eri ikki kønur í lestri.

Hálvdan (lesur).
Jú, hetta er rætt - tú hevur fest garðin við øllum hartil liggjandi lunnindum.

Ólavur.
Halgadoyð - tað var væl. - Lat okkum nú súpa nátturða. Nú kann eg siga: set teg niður, Hálvdan, her ráða vit báðir - tú og eg.

Hálvdan.
Ja, var eg ikki, so var hetta heldur ikki komið upp í lag. Men hvar eru arbeiðskonurnar? Mær tykist, at í kvøld mugu tær tæna okkum.

Ólavur.
Legg tú einki í tær - tær eru óivað rýmdar í hagan. Men oys okkum nú upp í tveir greytarstampar, so skal eg fara í kovan eftir mjólk. (Hálvdan oysir greytin upp í stamparnar. Ólavur kemur við mjólkini).

Ólavur.
Konufólk eru til einkis. Mær tykir, at vit eru væl hjálpnir uttan tað slagið. (Teir súpa).

Hálvdan.
Hesin greyturin smakkar ikki væl.

Ólavur.
Ja, hvat ólukkan er tað, ið gongur at honum.

Hálvdan (leggur frá sær).
Eg súpi ikki meir (hyggur at Ólavi). Hvat baggar tær - tú hevur líkdæmi - ert tú sjúkur?

Ólavur.
Nú sært tú trøll.

Hálvdan.
Meg ørar - alt melur í klingur fyri mær. Áh! (ringir seg saman).

Ólavur (reisir seg, men dettur aftur á bonkin).
Eg doyggi, tað er eldur í innvølinum.

Hálvdan (rópar í ræðslu).
Eitur - Annika hevur koyrt eitur í greytin (hann dettur á gólvið).

Ólavur.
Jesus náði meg (stynjar tungliga). Eitur - jú so sanniliga hava vit sopið eitur. Áh, hetta var lønin (situr so eina løtu og vigar aftur og fram - dettur síðan á gólvið. - Kolan er um at slokna).

Inga (kemur).
Hvat er hetta? - (tekur í teir).

Ólavur (veikmæltur).
Eitur - gev okkum nýmjólk, skunda tær!

Inga (rópar).
Ása, kom higar við skjótheit!

Ása (kemur).
Hvat er á ferð?

Inga.
Teir eru deyðir.

Ása (hyggur at teimum).
Teir eru deyðir av eitri – Annika hevur dripið teir.

Inga.
Vit eru ikki mentar at jarða teir. –

Ása.
Jú, tað fáa vit nokk upp í lag; verri er tað at flota bát og sleppa burtur av oynni.

Rasmus (kemur)
Hvat er her á ferð, og hvar er matmóðir?

Inga.
Fútin er farin við henni til Havnar. Hon bað teg taka tær av barninum, áður hon fór. Hon kókaði greyt til nátturða. Teir eru deyðir av greytinum.

Ása.
Annika hevði latið eitur í hann.

Rasmus.
Eg skilji, teir hava svikið matmóðrina - og hon hevur lønt teimum við svikara løn, tað er alt.

 

To top

Triði partur

Tingstovan á Tinganesi.

Fram við  bróstunum  beinkir,  mitt fyri løgmansstólurin, skamt frá stólar til fúta, próst og prestar. Við vinstra bróst stendur skrivaraborðið, á høgra hongur bókahill við skinnbundnum bókum. Tvey vindeygu eru beint fyri.

Tað er snimma á morgni.

Tveir løgrættumenn koma.

Fyrsti.
Er tað í dag, hon skal dømast?

Annar.
Ja, so segði løgmaður í gjár.

Fyrsti.
Hvør skal verja hana?

Annar.
Hon skal sjálv verja seg.

Fyrsti.
Hvør skal bera vitnisburð móti henni?

Annar.
Tað skal fosturfaðirin.

Fyrsti.
Tað er ófatandi, at sandoyarprestur skal vera mentur til tess.

Annar.
Tað var jú hann, sum fyri trimum árum síðani bar fram klaguna.

Fyrsti.
Ja, og so má hann nú bera vitnisburð ímóti henni. Eru eingi vitni úr Dímun?

Annar.
Jú, húskallurin Rasmus - hinir báðir eru deyðir á eins bráðan hátt og Símun á sinni. Menn halda, at hon hevur eisini dripið teir.

Fyrsti.
So er hon verri enn fjandin sjálvur. Hevur tú sæð hana, hvussu sær hon út?

Annar.
Hon er vøkur og ber seg væl. Minst av øllum kundi tú trúð, at hon hevði verið manni at bana.

Fyrsti.
Ofta býr fals undir fríðum skinni. (Kirkjuklokkan fer at ringja). Nú ringir, so kemur løgmaður.

Annar.
Hvussu man dómurin fara at falla?

Fyrsti.
Tað haldi eg, at her er deyðin vísur.

(Løgmaður, fútin, skrivarin, prósturin, prestarnir og løgrættumenninir koma. Teir seta seg).

Løgmaður.
Tingið er sett. Her eru allir, ið á tingi skulu finnast - og tað er væl, at so er; tí í dag - tingsins síðsta dag - skulum vær døma í sak, ið løgd er móti Anniku Andrasardóttur, ið søgd er við eitri at hava dripið mann sín, Símun bónda á Dímun. Hevur nevnda Annika kjósað nakran av tykkum til verju sína hesi sak viðvíkjandi?

Allir.
Nei.

Løgmaður.
Er tá nakar her, sum førir klagu móti henni?

Sandoyarprestur.
Eg føri klagu móti henni. Eg klagi hana fyri at hava dripið mann sín.

Løgmaður.
Greina skilliga frá hesum.

Fútin.
Tað nýtist ikki. Annika hevur fyri mær viðgingið gerð sína.

Løgmaður.
Leiðið mær Anniku fram á tingið. (Tveir soldátar koma við Anniku).

Løgmaður.
Annika Andrasardóttir, tú ert søgd at hava dripið mann tín. - Er tað so?

Annika.
Hørð er henda klaga, og svár man hon falla aftur á hann, ið hevur borið hana fram,  um  hon  ikki  er sonn. Tó, áður eg svari upp á spurningin, so vil eg vita, hvør hann er, ið hevur klagað meg.

Løgmaður.
Tað er fosturfaðir tín, presturin á Sandi.

Sandoyarprestur.
Ja, Annika, eg havi borið fram klagu ímóti tær. Tú hevur dripið mann tín, Símun bónda á Dímun.

Annika.
Slíkt torir tú at seta fram, frekur ert tú, prestur. Hávirdi løgmaður og løgrættumenn (peikar á sandoyarprest), eg klagi handa prestin, tí hann seldi dóttur sína til dímunarbóndan - bant hana aftur at honum, tó hon so bønliga bað seg fría, og eg spyrji tykkum, um maður, ið hevur víst slíkan atburð, kann føra sakarmál og klagu móti øðrum.

Sandoyarprestur.
Ikki trúgvi eg tí, at løgmaður og løgrættumenn lurta eftir slíkari tápuligari talu. Tú vart so víst ikki seld, men tað var av egnum fríum vilja, tú gjørdist kona Símunar, tað kann eg vitna fyri Gudi og monnum.

Annika.
Fyri Gudi kanst tú vitna tað, tí hann er deyvur, og tað er honum tí eins kært, um tú sigur so ella so - eisini fyri monnum kanst tú gera tað, tí teir vita einki, men tú kanst ikki gera tað fyri mær, tí tú veitst við tær sjálvum, at tú lýgur - og eg veit tað. - Tú lýgur, prestur - og tú lýgur illa.

Sandoyarprestur.
Tað er tungt at hoyra slíkt.

Annika.
Tað verður tyngri enn; tí hesi míni orð skulu ringja eins og líkklokkur fyri oyrum tínum til tín doyggjandi dag. - Tú skalt hoyra tað bæði tíma og stund og minnast, at gjørdi fosturdóttir tín tað, ið skeivt var, so vart tú maðurin, ið noyddi hana.

Sandoyarprestur (við løgmannin).
Sig við hana, at hon skal tiga. Hin versti hevur vald á henni.

Løgmaður.
Eg havi ongan rætt til at gera tað. Hon hevur loyvi til at tala.

Annika.
Eg takki tygum fyri tað. Sig mær eitt, prestur, minnist tú eitt vetrarkvøld fyri tíggju árum síðani, minnist tú, hvat ið hendi tá?

Sandoyarprestur.
Eg svari tær ikki.

Annika.
Tað er tú noyddur til, tú hevur borið fram klagu ímóti mær, so mást tú eisini svara mær, tað er ikki meir enn rætt og bíligt.

Sandoyarprestur.
Eg minnist einki uttan tað, at eg, alla ta tíð tú vart heima hjá mær, var tær ein góður fosturpápi.

Annika.
Tig, - lat ikki hundarnar spýggja at tær - tú hevur verið mær ein góður fosturpápi. - Minnist tú eitt vetrarkvøld, bóndin á Dímun var komin at vitja teg - tit spældu kort - og tú tapti, tapti reiðiliga nógv - minnist tú, at hann antin vildi hava meg ella peningin? - Og so gavst tú honum meg - fosturdóttur tína. - Jú, tú hevur altíð verið mær ein góður fosturpápi.

Sandoyarprestur.
Tú lýgur.

Annika.
Nei, so vist sum eg føli, at hetta er seinasti lividagur mín, so er tað satt hvørt eviga einasta orð, og tú veitst eisini, at tað er, sum eg sigi. - Eyguni svíkja teg - tú stendur og bínir, torir ikki at hyggja upp á fólk.

Sandoyarprestur.
Tegir tú ikki nú, so geri eg enda á tær.

Annika.
Tú hevur óivað hug til at gera tað - men tú torir ikki. Tingfriðin torir eingin ræddur maður at bróta - og tú ert ræddur, prestur - ræddari enn aðrir menn. (Sandoyarprestur fer fram ímóti henni). Nei, verð standandi har, tí tað er best fyri teg. -

Sandoyarprestur.
Hávirdi løgmaður, gevur tú loyvi til, at eg verði háðaður her á tingi?

Annika.
Eg háði teg ikki, men sannleikin háðar teg - og hann skuldi tá átt fremsta sess á tingi (brýtur av). Tú gifti okkum um várið - tú sást míni tár - hoyrdi mínar bønir, men gjørdi ikki eftir teimum. Á prestur, syndir tínar eru tyngri enn blý og døkkari enn móra. Tú noyddi meg at vera saman við manni, ið eg ikki elskaði, noyddi meg at vera saman við honum í áravís. Hygg upp á meg, prestur. - Hví torir tú ikki at hyggja upp á meg? Á, kundi eg dripið teg við mínum eygnabragdi, so vart tú longu deyður.

Løgmaður (reisir seg).
Annika Andrasardóttir! eg spyrji teg eina ferð enn: Hevur tú dripið mann tín, Símun bónda á Dímun?

Annika.
Hvør hevur reist slíka klagu ímóti mær?

Løgmaður.
Fosturfaðir tín - sandoyarprestur.

Annika.
Haldið mær til góðar, men eg svari ikki upp á klagu, ið slíkur maður hevur reist.

Fútin.
Henni nýtist ikki at svara, vit kunnu hoyra vitnið.

Løgmaður.
Leiðið vitnið fram. (Tveir menn fylgja Rasmusi inn). Hvat hevur tú at siga í hesi sak?

Rasmus.
Eg var nýkomin til garðs, tá ið Símun bóndi doyði. - Eg beri ikki vitnisburð móti matmóður míni. (Við Anniku). Sonurin livir væl - og eg skal ansa tær eftir honum, har er heldur eingin annar, ið kann gera tað; tí teir báðir Ólavur og Hálvdan eru deyðir.

Annika (spakuliga við Rasmus).
Eg veit tað. Teir sviku meg; tí máttu teir falla.

Løgmaður.
Annika, tú mást ikki tala við vitnið. (Við Rasmus). Hvat segði tú við hana?

Rasmus.
Á einki soleiðis, eg segði henni, at kornið stóð væl, tað var alt.

Løgmaður.
Hevur tú einki at siga í hesi sak?

Rasmus.
Einki uttan tað, eg longu havi sagt.

Løgmaður.
Hví komst tú tá sum vitni?

Rasmus.
Fútin kravdi meg, eg vildi leggja eitt gott orð inn fyri hana. Eg trúgvi ikki, at hon er skyldug í hesum, tit skylda hana fyri. –

Løgmaður.
Leiðið mær vitnið út av tingi. (Tveir fara við Rasmusi). Hetta var eitt vánaligt vitni í hesi sak.

Fútin.
Ja, eg havi einki annað vitni at føra fram – báðar arbeiðskonurnar søgdu, at eingin visti betur enn Rasmus. Eg kundi heldur ikki taka tær við, tá báðar søgdu seg vera sjúkar.

Annika.
Harri løgmaður, eg reisti klagu í áðni móti sandoyarpresti, tí hann hevði selt fosturdóttur sína - verður ikki slík klaga hoyrd?

Løgmaður.
Faðir hevur loyvi at geva dóttur sína burtur til hvønn, hann vil, presturin hevur í hesum ikki brotið lóg - og hitt fer at vera millum tykkum bæði og Várharra.

Annika.
Ja, tað fer so at vera millum meg og prestin. - Várharra leggur seg neyvan uppímillum her. - Eg visti ikki, harra løgmaður, at einasta lóg fyri dóttrini var faðirsins vilji - tó um eg hevði vitað tað, so stóð eg kanska kortini klagað her á tingi í dag. (Við sandoyarprest). Hoyr meg eitt orð, prestur. Tað eru trý ár síðani, tú kastaði jørð á mann mín, Símun bónda á Dímun, minnist tú, hvat ið hendi tá?

Sandoyarprestur.
Ja, tað minnist meg væl, tá sá eg misgerð tína og bannaði tær - tá doyði Annika fosturdóttir mín.

Annika.
Tú minnist einki annað - eg hugsi, tað er best, at eg hjálpi tær at minnast. Tú segði við meg: Annika, her hevur tú borið teg skeivt at - dyl einki - eg veit, at tú hevur dripið hann - men vilt tú geva mær tann pening, hann hevði liggjandi á kistubotninum, so skal hetta vera millum okkum bæði.

Sandoyarprestur.
Tú lýgur. - Heldur tú, tú fært nakran til at trúgva hasum.

Annika.
Nei, eg veit fullvæl, at eingin trýr slíkum - og allarminst um ein prest; men eg veit eisini, at fanin er fananum líkur, tá hann fer í prestakjóla. Prestur - tú og eg, vit vita, at tú segði hatta - og vit vita eisini tað, at tú fegin vilt eiga Dímunar garð - av teirri grund førir tú klagumál móti mær.

Sandoyarprestur (við løgmannin).
Hoyra tygum ikki, at hon er ør. - Latið hana leiða út av tingi og latið okkum so døma hana.

Løgmaður.
Vit kunnu ikki døma hana, fyrr enn hon hevur sagt seg skylduga.

Fútin.
Hon hevur víst tað í verki, at hon er skyldug; tí hon hevur sett seg upp ímóti øvrigheitini.

Løgmaður.
Tann sakin kemur aftan á hesa.

Fútin.
Mær tykir, at henda sak hevur vart nóg leingi nú.

Løgmaður.
Minnist til, harra fúti, at tað eri eg, sum ráði fyri, hvussu leingi sakirnar skulu vara. - Nú, Annika, ert tú skyldug í hesum svára misbroti, sum tú ert klagað fyri?

Annika.
Ja - harra løgmaður - eg havi tikið mann mín, Símun bónda á Dímun, av døgum við eitri.

Løgmaður.
Hví gjørdi tú tað?

Annika.
Tí eg hataði hann - hví skal eg dylja fyri tí? - Og eg elskaði ein annan.

Løgmaður.
Hvør er hann?

Annika.
Ólavur, húskallur á garðinum.

Løgmaður.
Visti hann um hetta títt misbrot?

Annika.
Ja - bæði um tað - og um kærleika mín – vit gótu son árið eftir, at Símun var jarðaður.

Løgmaður.
Og hví vardi tú oynna?

Annika.
Tí eg visti, at deyðin var mær vísur, og eg vildi liva.

Løgmaður.
Tú mátti tó vita, at tú ikki leingi vart ment at halda ímóti øvrigheitini. Tú mátti tó vita, at lógararmurin er sterkur.

Annika.
Eg vardi meg í nærum trý ár móti fútanum og hermonnum hans, og varð eg ikki svikin, tá hevði eg væl vart meg longur.

Løgmaður.
Hvør sveik teg?

Annika.
Hann, ið átti alla mína ást - Ólavur, húskallur og maður mín - hann sveik meg.

Sandoyarprestur.
Hann var ikki maður tín.

Annika.
Jú prestur - júst hann var maður mín - honum unti eg best av øllum monnum; men hin, ið tú noyddi meg at giftast við, hann var ikki maður mín.

Sandoyarprestur.
Tú ert so full av synd og óreinsku, at tað spríkir út ígjøgnum hvørja poknu á tær.

Annika.
Á ja, vit munnu vera nakað eins í hesum, hugsi eg.

Sandoyarprestur (við soldátarnar).
Spýtið á hana.

Løgmaður.
Nei, latið vera við tí, á tingi skal eingin verða háðaður. (Við sandoyarprest). Slíkt áttu tygum at vita. (Tøgn).

Løgmaður.
Og hesin Ólavur - hví sveik hann teg?

Annika (flennir).
Fútin lovaði honum Dímunargarð afturfyri; tí gjørdi hann tað.

Løgmaður.
Og nú er hann deyður.

Annika.
Svikari fær altíð svikara løn.

Løgmaður.
Er tað so, sum sagt er, at tú eisini hevur tikið hann av døgum?

Annika.
So er tað, bæði hann og hin húskallin, Hálvdan. Eg hoyrdi, at teir løgdu ráð upp ímóti mær - og so dømdi eg teir til deyða. - Eg hevði ætlað, at vit øll á garðinum skuldu doyggja - men teir vóru mær ov bráðir í hesum, harri løgmaður.

Løgmaður.
Á hvønn hátt tókst tú teir av døgum?

Annika.
Við eitri. Eg læt eitur í greytin, teir skuldu súpa, og meðan fútin róði við mær fram við oynni - tá lógu teir í roykstovuni í Dímun - í svárari pínu kroystu teir seg saman - ringdu seg eins og ormar.

Løgmaður.
Tað var ein ónd gerð, tú har gjørdi, Annika.

Annika.
Men teirra gerð var verri. - Eg hevði sagt meg leysa frá tykkum. Dímun var kongaríki mítt, og har ráddi eg - tit vóru í hernað móti mær; mínir høvdingar sviku - tí drap eg teir - tað høvdu tit eisini gjørt. Við sviki tók fútin land mítt - á óærligan hátt vunnu tit sigur yvir mær (við megi). Og her stendur nú drotningin av Dímun framman fyri tykkum - takið hana og dømið hana - tí nú eru tit teir sterkastu, men tit vóru tað ikki altíð.

Løgmaður.
Annika! Misbrot tíni eru mong, tú skalt verða dømd eftir landsins lóg og landsins rætti.

Sandoyarprestur.
Lands lóg og rættur um hesa sak!

Løgmaður (brýtur hann av).
Hann sigur, at løgrættumenn og løgmaður í felag skulu døma tann, ið lóg hevur brotið. (Við soldátarnar). Leiðið hana út!

Annika.
Áður eg verði útleidd, vil eg biðja tygum, harra løgmaður, geva mær loyvi til at lata meg í hátíðarbúna mín - og soleiðis skrýdd hoyra dómin; tí so sømir tað seg fyri eina slíka kvinnu.

Løgmaður.
Tað gevi eg tær loyvi til.

Sandoyarprestur.
Hon átti at staðið í berum serki.

Løgmaður.
Fyri tí fari eg at ráða.

Annika.
Eg takki tygum fyri vælvild tygara, harra løgmaður. (Við sandoyarprest). Nú prestur - nú fer at draga saman millum okkum bæði

(Teir fara við Anniku. Har hoyrist róp av mannamúgvu uttanfyri: Heingið hana - brennið hana - druknið hana á vágni).

Ein einstøk rødd.
Harra Gud, sum hon ber seg væl.

Løgmaður.
Nú, hvat meina tit í hesi sak?

Ein løgrættumaður.
Eg meini sum tygum - harri. -

Ein annar.
Ja, tí eingin veit betur skil á lands lóg og rætti.

Ein triði.
Eg sigi sum tit báðir, annars sigi eg einki. Gerið tað bara skjótt av.

Løgmaður.
Vita tit, hvat lógin sigur um hesa sak?

Allir.
Ja.

Løgmaður.
Hvør av tykkum vil døma hana eftir lógini? (Tøgn).

Sandoyarprestur.
Eg dømi hana eftir lógini. - Hon hevur sítt lív forbrotið og skal druknast á Havnarvág. -

Løgmaður.
So, tú dømir tína egnu fosturdóttur?

Sandoyarprestur.
Tað fara at vera trý ár umliðin, síðan fosturdóttir mín doyði, harra løgmaður.

Løgmaður.
Halda tit sum presturin, skal hon druknast á Havnarvág - ?

Allir.
Ja.

Løgmaður.
So fer tað at vera, sum tit siga. Leiðið mær Anniku fram á tingið (Annika verður leidd inn).

Løgmaður (reisist í stólinum).
Annika Andrasardóttir! fyri misbrot tíni dømum vær teg til at hava títt lív forbrotið. Tú skalt druknast á Havnarvág, áður sólin er sett. Tekur tú við hesum dómi?

Annika.
Ja, eg taki við honum - takki fyri hann. Men hann, ið seldi fosturdóttur sína og var atvoldin í hesum misbroti, - hvat dóm hevur hann fingið? (Tøgn). -          Vil løgmaðurin ikki døma slíkan mann, er hann sameintur við honum? (Nærkar seg sandoyarpresti). Prestur, tú og eg, vit vita, at tú ert ein stórur brotsmaður - tær nýtist ikki at viðganga misbrot tíni. - Eg kann døma teg kortini, og her er dómurin. Sál tín hevur leingi verið í døkkasta myrkri - tí dømi eg, at tíni eygu eftir henda dag ikki skulu skoða dagsins sól - og heldur ikki náttarinnar stjørnur - tey skulu slókna. (Í tí hon sigur hetta, tekur hon stakkanálina úr bringuni og borar hana inn í eyguni á sandoyarpresti, ið sker í eitt eymkiligt skríggj og fellur á gólvið - har hann ringir seg saman í svárari pínu. Løgrættumenninir taka Anniku).

Annika.
Eg kundi havt dripið teg, prestur, men eg haldi, at lívið er tær nú størri pína enn deyðin - tí deyðin er hvíld og friður - men av tínum lívi fer hvør dagurin at gerast tyngri enn annar.

Løgmaður.
Leiðið hana út!

Annika.
Hoyrið meg eitt lítið enn, harra løgmaður. Nú, tá ið eg havi hoyrt dóm mín og dømt prestin, vilja tygum so ikki veita mær ta náði, at lata meg lata lív alt fyri eitt; tí nú er einki at liva eftir.

Løgmaður.
So verði, sum tú vilt. (Teir fara við Anniku).

Løgmaður.
Ja, so er hesin rætturin at enda - og gævi Gud, at vit ikki koma at døma í fleiri slíkum søkum.

Róp uttanfyri.
So í bátin við henni - bindið ikki steinar upp undir føturnar á henni! tí so søkkur hon skjótari.

Røddin á Anniku.
Gleðist og flennið; tí nú er tað órætturin, ið sigrar.

Røddir.
Halt kjaft, tín púka.

Ein løgrættumaður (fer yvir at vindeyganum).
Nú rógva teir út á vágna við henni.

Ein annar.
Hon líkist eini brúður.

Ein triði.
Kanska nakað bleik fyri at vera tað.

Hin fyrsti.
Teir binda steinar undir føturnar á henni.

Hin annar.
Mín Gud, situr hon ikki og smílist. Hetta er ein serstøk kvinna.

Løgmaður.
Ja, serstøk var hon - og stór í synd síni.

Hin triði.
Verið tigandi! - Eg hugsi, hon syngur.

Annika (syngur, røddin ljóðar fjar):

Kavin litar fjallið hvítt –

kalt er norðanæl. –

Stund at hvíla, hjarta mítt,

stund at sova væl -

 

Hin fyrsti.
Nú fer hon út um stokkin. (Teir standa eina stund kvirrir og hyggja út ígjøgnum vindeygað).

Hin annar.
Hon søkk sum steinurin.

Løgmaður.
Komið burtur hiðani. (Í tí teir fara, reisist sandoyarprestur, ið hevur sitið alla tíðina við hondunum fyri andlitinum. Tað rennur blóð úr eygunum).

Sandoyarprestur.
Leiðið meg! - Her er myrkt. -

 

To top

Viðmerkingar

Hans Andrias Djurhuus var føddur í Áarstovu í Havn í 1883.

Aftan á barnaskúlaár í Havnar skúla fór hann eitt skifti til skips, men hann treivst einki serliga væl, og í 1901 leitaði hann á háskúla í Føgrulíð. Her fekk hann á fyrsta sinni undirvísing í føroyskum, skifti orð við søgu- og bókmentakønar menn, sum háskúlamenninir vóru, og fekk náðir at lesa. Serliga væl dámdi honum stóru norsku høvundarnar, tí hjá teimum sá hann skyldskap.

Veturin á háskúlanum bendi huginum yvir móti skúlastarvi, og í 1902 fór hann á læraraskúla í Havn, haðan hann tók prógv í 1905. Lærarastarv sítt byrjaði hann sum vikarur í Klaksvík, men hugurin stóð til víðari útbúgving, og tí leitaði hann niður á danska læraraháskúlan í Keypmannahavn veturin 1906/07.

Heimafturkomin hevði hann privatskúla í Stinuborg í Havn 1907 — 09. Hetta eru árini, Havnar Ungmannafelag virkar millum ungfólk í høvuðsstaðnum, og hóast Hans Andrias hevði gjørt vart við seg undan 1906, so eru hetta árini, hann av álvara stígur fram á føroyska skaldapallin.

Tað er í hesum umhvørvi, at Hans Andrias, í 1908, skrivar leikin “Marita”, sum byggir á vísuna um “Flóvin Bænadiktsson” (LEIKRIT 8, 2013). Hans Andrias var tá 24 ára gamal.

Árini frá 1909 til 1916 var Hans Andrias lærari í Sandavági. Í 1916 fekk hann starv á Tvøroyri, og her var hann í trý ár. Tað er helst her, at hann hevur skrivað leikin um Anniku úr Dímun, sum fyrstu ferð er prentaður við heitinum “Annika” sum framhaldstilfar í Tingakrossi 1917 frá blaði nr. 4. Í síni heild kemur leikurin í “Smáskriftir Varðans” nr. 1 1917 og nr. 2 1918. Hann er so aftur prentaður í “Ritsavni – fimtu bók”, 1958.

Vit vita, at leikurin hevur verið leiktur í Gøtu í 1924 og 1962, og Havnar sjónleikarfelag setti hann á pall í 1927, árið eftir at Sjónleikarhúsið stóð liðugt.

Vøgguvísan, sum Annika syngur fyri syni sínum í 2. parti, “Reka skýggj um høga tind”,  varð tikin upp í “Songbók Føroya fólks”. Í 9. útgávu (1997) hevur hon nr. 502. Jacob F.C. Olsen gjørdi lag til. Lagið hjá Sámali Petersen til “Alda brýtur hvít, hvít, hvít” hevur eisini verið brúkt.  Løgini eru prentað í bókini ”Løg til Songbók Føroya fólks”, 2003. Ørindið, sum Annika hoyrist syngja, áðrenn hon verður druknað, verður sungið við somu løgum.

*

Rímiliga byggir leikurin í ávísan mun á søgnina um “Anniku í Dímun”, sum hon stendur prentað í “Færøske folkesagn og æventyr”, sum Jakob Jakobsen greiddi til útgávu árini frá 1898 til 1901. Í viðmerkingum sínum tekur Jakob Jakobsen soleiðis til:

“Den omhandlede forbryderske Annika, madmoder på øen Store Dimon, må være den Anna Isaksdatter, der omtales hos N. Andersen, s. 201: Efter den store islandske Dom blev Manden halshugget, Kvinden druknet; 1664 straffedes efter den Thomas Trondesen og Anna Isaksdatter fra Store Dimon for Blodskam”. Sagnet fortæller ellers, at Annika blev straffet for at have ombragt sin mand og taget tjenestekarlen til ægte og nævner ikke blodskamsforholdet (jfr. nedenfor citat af Lucas Debes). At Annika og Anna Isaksdatter alligevel er en og samme person kan sluttes af følgende: Sagnet nævner Annika som datter af Sandøens sysselmand, og hos N. A. (s. 431 ) nævnes en Isak Ismaelsen som bonde på Dimon og i begyndelsen af det 17. århundrede sysselmand i Sandø syssel, efter at han fra Dimon var flyttet til Skuø.

Lucas Debes (Færoæ et Færoa reserata) omtaler s. 15-16 den her som sagn meddelte historie: “Det hafver hendt sig for nogle Aar siden (L.Debes skriver i året 1673. N.A. angiver, som ovenfor meddelt, 1664 som det år, i hvilket Anna Isaksdatter blev henrettet), at Bondens Hustru der på Øen [Store Dimon] hafver indladt sig udi hemelig Venskab med Tieneste Karlen, oc de begge hafve formyrt Huusbonden; huorfor paa det de kunde undgaae Øfrighedens Straff, da hafve de forvaret Øen en rum Tid; Mens eftersom de Uskyldige vilde icke udstaae saadan idelig Vagt med de Skyldige, oc de paa det sidste ere blefne sickre, ere der omsider raske Færøeske Mænd efter Landfogdens Ordre opkomne for Østen på Øen oc hafve taget Miszdederne til Fange; huilcke hafve derefter udstaaed deris tilbørlige Straff.”

Poul Niclasen prentar í bók síni “Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara”, Egið forlag 1948, søgnina og vísir aftur tí, sum Jakob Jakobsen sigur í viðmerkingunum - hesum, at Annika skal vera tann Anna Isaksdatter, ið varð druknað á Havnarvág í 1664 fyri at hava átt barn við Thomas Trondesen, ið samstundis varð hálshøgdur.

Poul Niclasen vísir við tingbókini sum heimild á, at hetta er eitt heilt annað mál. Á- kærurnar eru ikki tær somu, og í 1664 var Clemen Laugesen Follerup (harra Klæmint) prestur í Sandoy (1648-88), meðan eftir søgnini Joen Lydersen var prestur har, tá Annika beindi fyri manni sínum á Dímun.

Poul Niclasen førir góð prógv fyri, at hendingarnar í Anniku-søgnini eru væl eldri, ið hvussu so er fyri 1584.

Eyðun Andreassen er í bók síni “Úr søgn og søgu”, Føroya skúlabókagrunnur 1986, heldur ikki sannfødur um, at dómsviðgerðin frá 1664 hevur við sagnapersónin Anniku í Dímun at gera.

*

So serlig henda søgnin er, er ikki at undrast á, at hon er prentað á øðrum málum og eisini hevur kveikt mong skaldaverk.

Í 1909 hevði danin Chr. Engelstoft týtt hana til danskt “Dronning Anika paa Færøerne”, prentað í  “Maanedsmagasinet, 2. halvbind, 1909, s. 611-614 – við myndum.

Miðskeiðis í 1950-unum komu tvær yrkingar, onnur á føroyskum, hin á Esperanto. Føroysku yrkingina finna vit í savninum hjá Ólavi Michelsen: “Lovorð”, 1953:

 

Annika

Himmal og hav, myrkur og sól

og brim um Dímunar strendur.

Dunið av stormum og lomvigakarr

vóru tær skapandi hendur.

 

Tær skaptu tær hugdjarva kvinna

litfloymdar leiðir at ganga.

- Góvu í sál tær eld og sól

og húsroyk av upphavsanga.

 

Eld sum oyðir lívið alt,

og sól sum fær øsku at liva.

Húsroyk, sum fær ættarlið

at øsast og undrandi biva.

 

- - -

 

Stór var ást tín, Annika,

og stórt var títt hat.

Hvør av monnum man nakrantíð

hava grunað, at tú græt?

 

Mær tykir tó hóma foldfjaran grát

í norðlýsinum í kvøld,

ið glampar uppi yvir Stóru Dímun

sum boð frá farnari øld.

 

Esperanto-yrkingina eigur Poul Thorsen: “Annika : balado pri antikva dramo feroa” prentað í tíðarritinum “Norda Prismo”, nr 3 (majo-junio 1956) s. 107. Møguliga er hetta yrking Ólavs týdd.

Í til tað nýggjari tíð hevur Anniku-ímyndin verið brúkt m.a. í kvinnustríðnum. Tað síggja vit m.a. í yrkingini “At vera listakvinna í Føroyum”, sum Malan Poulsen hevur yrkt, “Lát”, 1988:

 

Sterku formøður

Annika

Beinta

og tit aðrar ið gingu móti lógini

sjálvar vildu avgera

hvussu tit skuldu elska

liva

 

Tit vórðu køvdar

svíktar og háðaðar

men enn liva tit

í okkum døtrunum

 

Í dag taka vit

døtur av Anniku Beintu og øðrum Føroya kvinnum

pennin

ið so leingi hevur verið hansara øki

hansara falliska megi

og vit brúka hann

at finna egnan kærleika

og livihátt

úr hurlinum í huga okkara

har okkara sjálvsmynd sum ein farri

er fløkt inn í myndina

hann sá av okkum

og vit so bindandi fyltust av.

 

Ið hvussu so er tvær skaldsøgur eru skrivaðar við søgnini sum grundarlagi:

Jørgen Falk Rønne: “Pigen fra Hellnæs : en fortælling om kærlighed”, Kbh.: H. Hagerup, 1930.

Henrieth Pedersen: ”Adalin”, Kbh. : Thaning & Appel, 1978.

Jens Pauli Heinesen hevur skrivað sjónleik um evnið: ”Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi?”, 1975. Prentaður í ”Fýra sjónleikir”, Forlagið Gestur 1985.

At enda er at nevna, at Óluva Isaksen, exam. art. og bókavørður hevur skrivað serritgerðina ”Annika í skaldskapi, søgu og søgn”, Tórshavn 1977.

Poul Niclasen var føddur í Havn í 1889 og doyði í 1953. Hann var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin fleiri skeið: 1916-1924, 1936-1940, 1946-1949 og landstingsmaður 1936-1953.

Í 1948 kom bók hansara “Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara”. Har stendur henda greinin prentað

 

Annika í Dímun.

Tær tvær smæstu oyggjarnar í Føroyum eru Stóra Dímun og Lítla Dímun ella Dímun meira og Dímun minna, sum tær vórðu nevndar í gomlum døgum. Tað ætlast, at nøvnini eru av keltiskum uppruna. Navnið Dímun merkir á keltiskum máli, at eitt minni og eitt størri fjall liggja tætt saman (tvíberg), og hetta hóskar væl til tær báðar Dímunarnar, soleiðis sum tað er okkum øllum kunnugt. Meðan fólk ongantíð hevur búð á Lítlu Dímun, hevur Stóra Dímun verið bygd frá teim elstu tíðum. Nakrir av teim tilburðum, sum verða umtalaðir í Føroyingasøgu, fara soleiðis fram á Stóru Dímun.

Stóra Dímun er lítil oyggj. Støddin er ikki meira enn 3 kvadratkilometrar, og tann størsta hæddin o. u. 400 metrar. Tað er her, kann ein siga, talan um ein stóran klett, ið stígur so at siga steyrrætt upp úr havinum við einum grunnum lagi av mold og leiri ovast. Um alla oynna er bergið so at siga steyrrætt, og bert í tveimum støðum er tað gjørligt at koma niðan á oynna - í Kleivini, har høvuðsuppgongdin er, og í Barminum. Í Kleivini førir ein heilt mjáur stíggjur niðan á oynna. Hann snúgvar seg niðan fram við bergið, og í teim torførastu støðum eru jarnkongar festir í klettin og tog spent millum kongarnar, soleiðis at ein kann halda sær, um tað gerst neyðugt. Um ein skuldi snáva á og farið útav, er deyðin vísur.

Frá havinum er Stóra Dímun føgur at síggja, tá klárt er í veðrinum. Í erva leggur ljósið eins og eina gyltu glæmu um oynna. Bergið og havið tætt niðriundir er ljósablátt, meðan gjáir og holur standa svartar og trølsligar.

Undir oynni vestantil er Øssurs drangur, har Øssur Havgrímsson eftir søgnini bað um at verða jarðaður, áðrenn hann andaðist aftan á bardagan við Sigmund Brestisson, soleiðis sum skaldið kvøður í yrkingini “Søguminning”:

Sigmund Brestisson við køllum

Dímunarbóndan vá á vøllum,

goymt er Øssurs síðsta orð:

“Høvur móti Grønuskor”.

 

Størri sigur Øssur bóndi

vann enn gamli Gøtutróndi,

tá hann mælti hesi orð:

“Høvur móti Grønuskor.”

 

Stjørnulív gav søgutímin

bóndanum á Stóra Dímun,

lýsa Øssurs ástarorð:

“Høvur móti Grønuskor.”

 

[Yrkingina hevur Janus Djurhuus (1881-1948) yrkt]

 

Frásøgnin um Anniku hina eydnuleysu, matmóðurina, ið gav gamla húsbónda sínum eitur, av tí at hon hevði knýtt ástarband við ein av húskøllunum, sum síðani sveik hana, er ein av teim mest syndarligu og hjartarørandi úr dímunarsøguni.

Í bók dr. Jakob Jakobsens “Sagnir og Ævintýr” er prentað henda søgn um Anniku:

“Annika, dóttir Sandoyar sýslumann og systurdóttir Jógvan Lýðarson gamla, sandoyarprestin, var matmóðir í Stóru Dímun. Hon beindi fyri manni sínum og tók ein av húskøllum sínum til mann í staðin. So varð hon dømd lívleys, men vildi ikki ganga undir dómin og setti menn til at verja oynna, so at eingin slapp uppá. Tvær uppgongdir eru í Dímun, onnur fyri eystan og onnur fyri vestan, og tveir menn vórðu settir til at verja hvør sína kleivina. Í trý ár vardi hon oynna og forðaði bæði øvrigheit og øðrum uppgongd; men umsíður sveik annar kleivverjin hana. Bátur var komin inn í Breiðanesbarm eystarumegin, og bátsmenninir vóru slopnir upp. Ein nólsoyingur stóð fyri ferðini. Hann hevði gjørt fyri lívi sínum, men lovað var honum av øvrigheitini, at um hann kundi taka dímunarkonuna og føra hana til Havnar, skuldi hann eiga lív. Rætt sum hon stóð og gjørdi út á ein mjólkgreytarpott og einki vardi, komu menninir á hana - pápi hennara ímillum teirra. Hon flaknaði við, tí nú vóru eingi ráð at halda ímóti. Tá gav hon húskallinum, ið hon hevði til mann, greytarsneisina um skortin og segði, at hetta skuldi hann hava í løn afturfyri, at hann hevði ansað so væl eftir. Pápan spurdi hon, hvønn stakkin hon skuldi fara í til Havnar: hin reyða, hin bláa ella hin grøna. Tað lá sektin á, helt pápin við hana: hon var ikki boðin í brúdleyp. So varð hon tikin og førd til Havnar. Tá ið menninir fóru av stað við henni, rópaði hon, at ikki mátti verða tikið frá soninum tað, sum hon var von at geva honum hvønn morgun: eina tint av náttróma. Endi hennara var tann, at hon varð niðursøkt á Havnarvág. Í fyrstuni fleyt hon, tí hárið helt henni uppi; men so vórðu flætturnar skornar av henni, og tá dumsaði hon í botn.

Sonur Anniku í Dímun æt Lýðar og varð kallaður “Vegarin” av tí, at hann var so frálíkur til at vega gøtur (rudda vegir). Nógvar gøtur hevur hann vegað í bjørgunum í Dímun og Skúvoy. Hegnarmaður var hann og avtakamaður til bakkagongu, fram um allar til at taka loft. Í Skúvoyarbjørgunum er ein klettur, kallaður Vegaransklettur eftir honum; har tók hann loft inn undir. Vegarin búsettist í Skúvoy og flutti síðani til Húsavíkar. Har vísist enn Vegarasteinurin: ein klettur, sum hann skal hava borið og lagt har, sum hann liggur.”

Í viðmerkingunum, ið eru aftast í tí fyrstu útgávu av bók dr. Jakobsens, “Sagnir og ævintýr”, verður hildið fram, at Annika man hava verið tann Anna Isaksdatter, ið varð druknað á Havnarvág í 1664 fyri at hava átt barn við Thomas Trondesen, ið samstundis varð hálshøgdur.

Tað sæst av tingbókini frá teirri tíðini, at hetta er eitt heilt annað mál. Clemen Laugesen Follerup (harra Klæmint) var um hetta mundið prestur í Sandoy (1648-88), meðan eftir søgnini Joen Lydersen var prestur har, tá Annika beindi fyri manni sínum á Dímun. Í tingbókini verður skrivað 3. august 1664:

“Kongl. Majestæts Landsfoged Søffren Pedersson havde udi Retten ladet stævne et Kvindfolk ved Navn Anna Isaksdatter, som stod her for Retten ledig og løs, og bekendte, at hun for otte Aar siden havde avlet Barn med en Karl ved Navn Joen Trondesen, som ved Døden er avgangen, og nu forgangne Aar haver avlet et andet Barn ved en Karl ved Navn Thomas Trondesen, som var Broder til førnævnfe Joen Trondesen, som hun det første Barn med havde, hvilket hun saaledes her for Retten frivilligt bekendte, og at ingen anden var hendes Barnefader end fornævnte Thomas Trondesen. I lige Maade for Retten fremkom fornt. Thomas Trondesen, som og stod ledig og løs og sagde ikke at kunne benægte jo med forn. Kvindfolk at have haft legemlig Omgængelse, ikke hellere kunde benægte jo at være Fader til Barnet, som hun tilforn bekendt haver.

Da efter denne Sags Beskaffenhed og efter deres egen frivillige Bekendelse er saaledes af Laugmanden og ganske Laugret dømt og forefundet, fornt. Personer skulle straffes paa Livet, Karlen at halshugge og Kvinden at sjunkes eftersom ej hverken med Recessen eller Landsloven kan deres Liv befri.”

At her er talan um eitt brotsverk, ið einki hevur við sorgarsøgu Anniku matmóður at gera, er eyðvitað.

Anna Isaksdatter, ið verður dømd frá lívinum á løgtingi 3. august 1664 og seinni niðursøkt á Havnarvág, er funnin sek í einum heilt øðrum brotsverki enn tað, Annika matmóðir eftir søgnini hevur útinnað: at geva manni sínum eiturblandað drekka. Eftir øllum at døma er hesin tilburður farin fram í seinnu helvt av 16. øld, ella ið hvussu er áðrenn 1584, og skal verða roynt at greiða frá hesum í tí fylgjandi.

Sjálvandi kann ein slík frásøgn, ið hevur livað á manna tungu í o. u. 400 ár, vera bronglað, og yngri frásagnir um aðrar líknandi tilburðir so við og við blandaðar uppí, men at kjarnan í Anniku-frásøgnini er sonn, hava vit m. a. prógv fyri í tí, Lucas Debes skrivar um henda tilburð í bók síni um Føroyar, “Færoæ et Færoa Reserata” :

“... denne Ø (Store Dimon) dersom den var besat med tredive stridbare Mænd, stod den ikke lettelig at vindes af nogen Potentat, eftersom der er ingen Opstigelse paa den, uden paa en Plads for Østen, og det besværligen ved en Mand tillige; hvilken ved Menneskenes Hænder letteligen kan saa befæstes, at ingen kan komme derop, og paa Søen omkring Landet kan Skibene ikke blive liggende formedelst den stærke Strøm. Udhungres kunne de ikke, thi der er Kvæg, Faar og Fugl nok paa Landet.

Det haver sig hændt for nogle Aar siden, at Bondens Hustru der paa Øen haver indladt sig i hemmelig Venskab med Tjeneste-Karlen, og de begge haver formyrdet Husbonden; hvorfor, paa det de kunde undgaa Øvrighedens Straf, da have de forsvaret Øen en rum Tid. Men eftersom de Uskyldige ikke vilde udstaa saadan idelig Vagt med de Skyldige og de paa det sidste er bleven sikre, ere der omsider raske færøske Mænd, efter Landsfogdens Ordre, opkomne for Østen paa Øen og have taget Misdæderne til Fange, hvilke have derefter udstaaet deres tilbørlige Straf.”

Tann elsta tingbók tekur við ár 1615, og í tingbókunum finst yvirhøvur einki um Anniku ella brotsverk hennara.   Hetta prógvar, at hesin tilburður ið hvussu er má vera farin fram áðrenn 1615, annars hevði sjálvandi bæði forhoyr og dómur verið til skjals í tingbókunum.

Tær gomlu jarðarbøkurnar ganga aftur til ár 1584. Tað sæst av teimum, at Thomas Jørgensen hevur verið bóndi á Stóru Dímun 1584-1614. Aftan á hann fær sandoyarpresturin Jens Jensen Skive, ið var ættaður úr Jútlandi, oynna í festi; hann skal hava verið óføra sterkur maður og dúgligur til alt likamligt arbeiði. Hann var prestur í Sandoy 1598-1648. - Tað kann ikki hava verið Thomas Jørgensen, ið Annika hevur beint fyri í 1614, tí annars hevði hetta havt verið umtalað í tí fyrstu tingbók. Hon vardi jú oynna í 3 ár. Vit hava her prógv fyri, at hon má hava verið matmóðir á Dímun áðrenn 1584.

Í teirri gomlu søgnini verður frásagt, at Annika var dóttir Sandoyar sýslumann og systurdóttir Jógvan Lýðarsson, gamla sandoyarprestin, ið skal hava verið bóndasonur úr Skálavík. Um hetta er rætt, kann tað geva okkum nakra leiðbeining til at tíðarfesta brotsverk hennara. C. F. Nielsen, prestur, skrivar m. a. í prestasøgu sínari:

“1541-68 John Lydersen (“Hr. Joen den gamle”), Discipel af Frater Anders paa Suderø og en Broder til Sognepræst Peder Lydersen til Nordstrømø: evangelisk Superintendent til Sandø, ordineret af Jens Riber 29/4 1541. I en dansk Bog, som er prentet i Lübeck, har han skrevet følgende Riim: “Bogen siger saa for sig, Joen Lydersen eier mig. Hand er Sandøs Sognepræst, som forstaar den hellige Læst”.”

Aftan á Joen Lydersen varð sonur hansara prestur í Sandoy 1568-83. Um hann skrivar C. F. Nielsen:

“Hr. Joen den Yngre, - yngste Søn af Sp. Lydersen til Sandø, Discipel fra Bispeskolen i Kirkebø. I hans Tid uddøde de ved Reformationen afsatte katolske Præster paa Færøerne, som havde deres Livsophold paa Trøðumgaard.”

Síðani varð Niels Christensen úr Jútlandi prestur 1583-98, og aftan á hann Jens Jensen Skive, sum umtalað frammanundan.

Í Anniku-søgnini verður frásagt, at pápi hennara, sandoyarsýslumaðurin, var við í ferðini, tá hon varð tikin. Sýslumaðurin var giftur við systur Jógvan Lýðarsson prests, ið doyði í 1568 á gomlum aldri. Eftir hesum kunna vit ætla, at tann dapri og myrki sorgarleikur, sum fyrst var lokin, tá Annika varð niðursøkt á Havnarvág, er farin fram í áramálinum o. u. 1550-1584. Nærri kunnu vit ikki koma hesum eftir tí tilfari, ið er fyri hond.

Tað verður greitt frá í søgnini, at sonur Anniku æt Lýðar, og at hann búði í Skúvoy. Ár 1584 vóru hesir bøndur í Skúvoy: Magnus Joensen, Thomas Simonsen, Morten Eriksen, Niels Trondesen, Poul Joensen, Peter Sæbjørnsen, Jacob Joensen, Thomas Jensen, Jens Asbjørnsen og Niels Joensen, so har er um hetta mundið ikki Lýðars navn at finna. Um Annika varð niðursøkt í 1550-70, so skuldi sonur hennara verið tilkomin í 1584, men hann kann hava verið bønarmaður hjá bóndum, ella eisini er hetta seinni blandað upp í søgnina.

Tann nólsoyingur, ið stóð fyri ferðini til Dímunar at taka Anniku, skal hava itið Tørner. Eftir jarðarbókini hevur ein Joen Tørnesen búð í Nólsoy 1584; pápi hansara hevur itið Tørner, og hann kann ógvuliga væl hava verið í Dímun í hesum tíðarskeiði.

Um sorgarsøgu Anniku eru aðrar frásagnir enn tann, ið er prentað frammanundan. Í teim verður m. a. frá sagt, at Sandoyar sýslumaður, pápi Anniku, og dímunarbóndin eitt kvøldið sótu í góðum lag og spældu kort inni í sýslumanshúsinum, og gjørdust teir meira og meira druknir. Fyrst spældu teir um pengar, síðani um jørð, og sýslumaðurin var í heilum tann tapandi; at enda hevði hann spælt alt burtur, hann átti. Annika gekk til og frá og borðreiddi fyri teim, prúð og vøkur, og at enda fóru teir báðir í teirra ørvitisskapi at spæla um hana; úrslitið varð aftur, at bóndin vann, og Annika noyddist so at fara við gamla bóndanum niðan á Dímun, tó at hon var trúlovað við einum bóndasoni á Sandi, sum hon hevði verið góð við í mong ár; hann kom so seinni niðan á Dímun og varð húskallur har. - Hetta er kanska bert eitt romantiskt uppískoyti, ið Anniku-søgnin hevði fingið seinni, men um henda frásøgn er bein, so kunna vit betur fata tað, ið hendi, meðan Annika var matmóðir á Dímun.

Eftir søgnini rópaði Annika, tá menninir fóru av stað við henni av oynni, at geva soni hennara tað, hann var vanur at fáa hvønn morgun: eina tint av náttróma. Ein tint er gamalt mál, 3 1/2 pegil, og er ikki longur í brúki. Hetta vísir, at var Annika enn stór í hati sínum, so var hon eisini stór í sínum móðurkærleika.

Søgnirnar vita einki at greiða frá, hvat lagnu húskallurin fekk, ið Annika legði ást saman við. Um hann eisini varð dømdur til deyða, so hevði hetta óivað verið skilað til í søgnini. Fyri slík brotsverk var eftir tí tá galdandi lóggávu straffurin tann, at maðurin varð hálshøgdur og kvinnan druknað. Hevur tað verið hann, ið hevur svikið hana, aftan á at hon hevði givið honum alt, og á henda hátt bjargað lívi sínum? Vit vita einki um hetta, men óhugsandi er tað ikki. Og um so er, hevur hetta kanska verið tyngri hjá Anniku enn deyðin á Havnarvág.

Tað hevur verið dagur, ið seint hevur verið gloymdur í Tórshavn, tá Annika varð førd fram fyri løgtingið, ið óivað hevur verið hildið á Tinganesi, aftan á at tann vanliga gudstænasta var farin fram. Vit kunnu ætla, at tað hevur verið ein hjartarørandi sjón, tá hon í sínum reyða stakki væn og hugprúð og við teim longu flættum langt niður á bakið er trinin fram fyri løgmannin, og teir 48 løgrættismenn, meðan fólkið hevur tyrpst rundanum fyri at síggja henda sjáldsama sorgarleik. Annika var jú av kendari slekt, sýslumannsdóttir og systurdóttir sandoyarprests, og tosið um hana er flogið sum neistar íkring oyggjanna frá bygd til bygd. Reyst og føgur hevur Annika staðið har. Hon visti við sær sjálvum, at hjá henni var eingin lívsins vón, og at tann ástarleikur, ið byrjaði hina vøkru summarnáttina, tá sólin var sokkin í kav, og havið svav við strendur, nú var at enda komin og vorðin dapur og beiskur sorgarleikur. Hevur hon sitið tær longu nætur í myrkustovuni við iðran og gráti? Vit vita tað ikki, men hennara lyndi talar ímóti, at so hevur verið.

Søgan sigur, at meðan løgmaður las deyðadómin upp, var Annika sum burtur í øðrum heimi. Hevur hon droymt seg aftur á Dímun, sæð fyri sær berg og skorar, tann grøna bøin, fuglameingið og brimrótanina um flesjar og drangar? Hevur hon hugsað um alt hetta, sum so mangan hevur veitt henni fragd og gleði og kanska eisini troyst og sálarbót?

Viðmerking: Tey trý ørindini, ið verða endurgivin í greinini eru úr yrkingini hjá Janusi Djurhuus “Søguminning”, sum stóð í Studentablaðnum í mai 1920, prentað í “Varðanum” nr. 1, 1921. Í endurgávuni vantar hetta ørindið:

Kemur síðsti vápnafundur,

Tá ið eg má lúta undir,

Ynski mítt tá vera skal:

Leið meg út á Ormadal.

 

To top

Heimildir

Andreassen, Eyðun: “Úr søgn og søgu”, Føroya skúlabókagrunnur 1986.

Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981.

Djurhuus, H.A.: “Marita”, 1908.

Djurhuus, H.A.: “Ritsavn 5”, 1958.

Djurhuus, J.H.O: Yrkingar 1898-1948. Savnað, skipað og skrivað viðmerkingar hevur Chr. Matras. Mentunargrunnur Studentafelagsins 1988.

Engelstoft, Chr.: “Dronning Anika paa Færøerne”, Maanedsmagasinet, 2. halvbind, 1909.

Falk Rønne, Jørgen: “Pigen fra Hellnæs – en fortælling om kærlighed”, Kbh. H. Hagerup, 1930.

Heinesen, Jens Pauli: “Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi?”, 1975.

Heinesen, Jens Pauli: “ Fýra sjónleikir”, Forlagið Gestur 1985.

Isaksen, Óluva: “Annika í skaldskapi, søgu og søgn”, serritgerð, 1977.

Jakobsen, Jakob: “Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.

“Løg til Songbók Føroya fólks – við klaversatsi og talsetingum.” Lagt til rættis hevur Zacharias Sørensen, nótar, 2003.

Løgtingið 150. Hátíðarrit. 150 ár liðin, síðani Løgtingið varð endurstovnað. 2. bind 2002.

Michelsen, Ólavur: “Lovorð”, 1953.

Niclasen, Poul: “Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara”, Egið forlag 1948.

Pedersen, Henrieth: “Adalin”, Kbh. Thaning & Appel, 1978.

Poulsen, Malan: “Lát”, Mentunargrunnur Studentafelagsins 1988.

Smáskriftir Varðans nr. 1 1917 og nr. 2 1918.

“Songbók Føroya fólks”, 9. útgáva, 1997.

Thorsen, Poul: “Annika – balado pri antika dramo feroa”, Norda Prismo nr. 3, 1956.

Tingakrossur 1917.

www.flb.fo

 

 

To top

Summary

Written by Hans Andrias Djurhuus in 1917 “Annika” is a play in three parts built on the Faroese tradition that a young woman, Annika, was forced to marry a much older farmer from the island “Stóra Dímun” - the smallest inhabited island of the Faroes where only one family lives.

When Annika falls in love with one of the farmhands (another tradition has it that he was her fiancé who had followed her to the island) they conspire to get rid of her husband. After having poisoned her husband, Annika manages to protect the island from unwelcomed intruders, thus preventing the authorities from taking her into custody.

After three years she is deceived by her lover who cannot bear the pressure any longer. Annika is taken to Tórshavn where she is condemned to death by drowning. During the trial, however, the author lets Annika accuse her foster father, a vicar, of being the real culprit since it was he who forced her into the disastrous marriage in the first place.

In the extra material concerning the play Poul Niclasen (1889-1953) in an article discusses the dating of the legend “Annika í Dímun” – did the actual event take place in the 17th century or in the 16th century?

 

To top