Jeppi á fjallinum
Ludvig Holberg
Sjónleikur í fimm pørtum
Rikard Long týddi í 1922
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis
Tey leikandi
(Her eru aðalpersónarnir nevndir)
Jeppi á Fjallinum
Nilla, kona hansara
Jákup skósmiður, vertshúshaldari
Nilus barónur
Skrivari barónsins
Kamartænarin
Eirikur, lakeiur
Dómarin
Magnus
Fyrsti Partur
ACTUS I.
Scen. 1.
Nilla (einsamøll).
Nilla.
Eg fái meg ikki til at trúgva, at her er verri letingi í allari bygdini enn maður mín; tað er ikki meira, enn at eg kann fáa hann at vakna, tá ið eg dragi hann eftir hárinum út úr songini. Í dag veit nú hasin búrkroppurin, at hann skal fara til handils, og kortini liggur hann og svevur so leingi. Harra Pál1 segði við meg fyri kortum: Nilla, tú ert nógv ov strang við mann tín, hann er og eigur kortini at vera harri í húsinum; men eg svaraði honum: Nei, mín góði harra Pál; um eg vildi latið mann mín átt ræðið í húsinum í eitt ár, so hvørki fekk herskapið landgjald2 ella presturin offur; tí hann vildi í teirri tíð drukkið upp alt, sum í húsinum var; skuldi eg latið tann mann rátt í húsinum, sum er til reiðar at selja leyst og fast, konu og børn, ja, seg sjálvan, fyri brennivín? Til hvat harra Pál púra tagdi og turkaði sær um munnin. Ríðifútin3 heldur við mær og sigur: hin rádna, legg tú einki í, hvat ið prestur sigur; væl stendur i ritualinum, at tú skalt vera manni tínum undirgivin og lýðin; men so stendur í festibrævi tínum, sum er nýggjari enn ritualið, at tú skalt sita væl um garð tín og svara títt landgjald, hvat tú ómøguliga kanst gera, um tú ikki á hvørjum degi dregur mann tín eftir hárinum og flongir hann, til tess hann fer at arbeiða. Nú dró eg hann út úr songini og fór uttar í løðuna til at vita, hvussu gekst við arbeiðinum; tá ið eg kom inn aftur, sat hann á stólinum og svav, við brókunum - ikki ljúgvi eg - á øðrum beini, av hvørji orsøk homlubandið í stundini mátti av seyminum, og mín góði Jeppi verða avsmurdur, til tess hann aftur varð fullkomiliga vakin. Tað einasta, hann ræðist, er meistar Eirikur - so rópi eg homlubandið. - Hei, Jeppi, er ørvitisknokkur tín ikki ílatin enn? Hevur tú hug til at tala við meistar Eirik eina ferð enn? Hei, Jeppi, kom higar!
Scen. 2.
Jeppi, Nilla.
Jeppi.
Eg má væl hava náðir til at lata meg í, Nilla. Eg kann kortini ikki fara til bíggjar sum eitt svín brókaleysur og klútaleysur.
Nilla.
Hevur býttlingur tín ikki kunnað latið teg í tíggju brøkur, síðani eg vakti teg í morgun?
Jeppi.
Hevur tú lagt meistar Eirik frá tær, Nilla?
Nilla.
Ja, tað havi eg; men væl man eg vita, hvar hann er at hitta, um tú ikki kvikar tær. Higar! Hygg, sum hatta krýpur. Higar! Tú skalt fara til bíggjar og keypa mær tvey pund av grønari sápu. Hygg, har hevur tú pening til tess. Men steðga eitt sindur: Um tú ikki ert her á staðnum aftur áðrenn fýra tímar, skal meistar Eirikur dansa polskan dans tær á baki.
Jeppi.
Hvussu skal eg kunna ganga fýra míl í fýra tímar, Nilla?
Nilla.
Hvør sigur, at tú skalt ganga, hanreiur sum tú ert, tú skalt renna. Nú havi eg eina ferð avsagt dómin, so ger sum tær lystir.
Scen. 3.
Jeppi (einsamallur).
Jeppi.
Nú fer handa súgvin inn og fær sær morgunmat, og eg neyðar maður skal ganga 16 fjórðingar og fái hvørki vátt ella turt. Man nakar maður hava so bannsetta konu, sum eg havi? So sanniliga hugsi eg, at hon er systkinabarn Lucifers. Tey siga her í bygdini, at Jeppi drekkur, men tey siga ikki, hví Jeppi drekkur; tí eg varð ikki uppímóti so nógv bankaður í teim tíggju árum, eg var undir malisjuni4, sum eg verði á einum degi av hasi skarns konu. Hon slær meg, ríðifútin tuskar meg til arbeiðis sum eitt beist, og deknurin ger meg til hanrei. Má eg so ikki drekka, meðni? Má eg so ikki nýta tað meðal, náttúran hevur givið okkum til at doyva sorg við? Var eg býttur, so neit sovorðið mær ikki so fast, og so drakk eg heldur ikki; men tað stendur fast, at eg eri ein vitugur maður; tí ger hetta mær meiri mun enn einum øðrum; tí má eg eisini drekka. Granni mín, Moens Kristoffirsarsonur, sigur ofta við meg, við tað at hann er mær ein góður vinur: Fjandin fari í tjúkku vomb tína, Jeppi! tú mátti sligið aftur; so mundi kellingin farið at sissast. Men eg kann ikki sláa aftur av trimum orsøkum. Fyrst, tí eg havi onga kurasju5. Fyri tað annað, fyri handa forbidna meistar Eirik, ið hongur aftur undir songini, og sum bakið mítt ikki kann hugsa um uttan at gráta. Fyri tað triðja, við tað at eg, uttan at rósa mær sjálvum, eri so sera góður í mær og ein góður kristin, ið ongantíð royni at hevna meg, enn ikki inn á deknin, ið setur mær eitt hornið fyri og annað eftir; tí eg gevi honum offur afturat til høgtíðirnar, hóast ikki er so mikil heiður í honum, at hann gevur mær eitt krúss av øli alt árið. Einki neit mær meira at hjarta, enn tey skør, hann stakk mær í fyrrárinum; tí tá ið eg segði frá, at ein óður tarvur, ið ikki ræddist nakran mann, einaferð varð bangin fyri mær, svaraði hann: Kanst tú ikki skilja hví, Jeppi? Tarvurin sá, at tú vart betri hyrndur enn hann, og helt tað tessvegna ikki vera hættiligt at stangast við yvirmann sín. Nú spyrji eg tykkum, góðu fólk, um ikki sovorðin orð kunnu ganga einum ærligum manni at hjarta? Eg eri kortini so hampiligur, at eg aldri havi ynskt lívið av konu mínari. Tvørturímóti, tá hon lá av gulusótt í fjør, ynskti eg, at hon mátti liva; tí við tað at Helviti longu er yðjandi fult av óndum konufólki, kundi Lucifer kanska sent hana aftur, og so varð hon kvaðna verri, enn hon nú er. Men um deknurin doyði, skuldi tað frøtt meg, bæði fyri meg sjálvan og onnur; tí hann ger mær einki uttan skaða og er meinigheitini til einki gagn. Tað er ein ólærdur djevil; tí hann tjenar ikki til at halda ta ringastu tónu, enn minni til at stoypa eitt voxljós á beinan hátt. Nei, tá var undanmaður hansara, Kristoffir, annar maður. Hann tók trúnna frá meiri enn tólv deknum6 í sínari tíð, sovorðið mál hevði hann. Einaferð setti eg mær kortini fyri at vera stívur móti dekninum, meðan Nilla sjálv hoyrdi, tá ið hann eyknevndi meg hanrei, og segði eg so: Fjandin veri tín hanrei, Mads deknur! Men hvat varð burturúr? Meistar Eirikur mátti beinanvegin niður av brjóstinum fyri at javna ósemjuna, og varð bak mítt so harðliga treskjað av konu míni, at eg mátti biðja deknin um fyrigeving og takka honum til, tí hann sum ein væl lærdur maður vildi vísa húsi mínum henda heiður. Síðani ta ferð havi eg aldri hugsað um at halda ímóti. Ja, ja, Moens Kristoffirsarsonur! tú og aðrir bøndur kunnu siga so mangt, tit, hvørja konur hava ongan meistar Eirik liggjandi aftur undir songini. Um eg átti mær eitt ynski, so vildi eg biðið um, at annaðhvørt kona mín ongar armar hevði átt ella eg einki bak; tí munnin má hon nýta, alt tað henni lystir. - Men eg má fara mær inn til Jákups skósmiðs, áðrenn eg fari; hann man væl fara at borga mær fyri ein skilling í brennivíni, tí eg má hava nakað at leska meg við. Hei! Jákup skósmiður! Ert tú uppi? Lat upp, Jákup!
Scen. 4.
Jákup skósmiður í berari stúku. Jeppi.
Jákup.
Hvør dekan vil her inn so snimma á morgni?
Jeppi.
Góðan morgun, Jákup skósmiður!
Jákup.
Takk, Jeppi, tú ert reiðiliga tíðliga fram komin í dag.
Jeppi.
Lat meg fáa fyri tveir skillingar í brennivíni, Jákup!
Jákup.
Gaman í, fá mær peningin.
Jeppi.
Tú skalt fáa hann, tá ið eg komi aftur úr býnum.
Jákup.
Jákup skósmiður skeinkir ikki upp á borg. Eg veit, at tú manst altíð hava ein skilling ella tveir at gjalda við.
Jeppi.
Nei, um eg havi, Jákup, uttan nakran pening, konan fekk mær at keypa nakað fyri í staðnum.
Jákup.
Tú kanst jú altíð fáa einar tveir skillingar í avslag av teirri vøru, tú skalt keypa, veit eg. Hvat skalt tú keypa?
Jeppi .
Eg skal keypa tvey pund av grønari sápu.
Jákup.
Íðan, kanst tú so ikki siga, at tú gavst ein skilling ella tveir meira fyri pundið, enn tú hevur givið?
Jeppi.
Eg stúri so fyri, at kona mín fær tað at vita.
Jákup.
Tvætl! Hvar skuldi hon fingið tað at vita. Kanst tú ikki gera eið uppá, at tú gavst allan peningin út? Tú ert býttur sum eitt ross.
Jeppi.
Hattar er jú satt, Jákup. Hatta man eg altíð kunna gera.
Jákup.
Kom so higar við skillinginum.
Jeppi.
Hygg har! men tú mást geva mær ein skilling aftur. (Jákup fer innar).
Jákup (kemur út aftur við steypinum, drekkur honum til).
Singott, Jeppi!
Jeppi.
Tú drakst sum ein skálkur.
Jákup.
Ha? er tað ikki siður, at verturin drekkur gestunum til?
Jeppi.
Tað veit eg væl; men skomm og last í hann, ið fyrst kom við tí siðinum. Tína skál, Jákup!
Jákup.
Takk, Jeppi! Tú verður at taka fyri hin skillingin eisini; tú kanst tó ikki bera hann aftur; uttan so er, at tú vilt hava eitt glas tilgóðar, til tú kemur heim aftur. Tí eg havi, pínadoyð, ongan einasta skilling.
Jeppi.
Nei, um eg geri! Skal hann drekkast upp, so skal tað vera við tað sama, so eg kann kenna, at eg fái nakað í magan. Men um tú drekkur eisini av hesum, so gjaldi eg ikki.
Jákup.
Eydnan fylgi tær, Jeppi!
Jeppi.
Takk, Jákup skósmiður.
Scen. 5.
Jeppi (einsamallur).
Jeppi (verður skemtisamur og fer at kvøða):
Ein hvít høna og ein sprøklut høna
tær mutaðu móti einum hana.
Áh, hevði eg torað at drukkið fyri ein skilling afturat! Áh, hevði eg torað at drukkið fyri ein skilling afturat! Eg hugsi, eg fari at gera tað. Nei, har verður ilt burturúr. Kundi eg bert komið vertshúsinum úr eygsjón, so var mær eingin vandi; men tað er, eins og onkur heldur mær aftur. Eg má har inn aftur. Tó, hvat er tað, tú gert, Jeppi? Eg síggi Nillu eins og standa fyri mær á vegnum við meistar Eiriki í hondini. Eg má venda aftur. - Áh, hevði eg torað at drukkið fyri ein skilling afturat! Magi mín sigur: tú skalt; bak mítt: tú skalt ikki. Hvørjum skal eg nú gera ímóti? Hevur ikki magi mín meira at týða enn bak mítt? Eg meini: Jú. Skal eg pikka uppá? Hei, Jákup skósmiður, kom uttar! Men hatta forbannaða konufólkið kemur aftur fram fyri meg. Var tað nú so, at hon sló, so ryggjageislarnir ikki meinslaðust, so legði eg fjandan í tað, men hon slær eins og ... Áh, Gud hjálpi mær arma manni! Hvat skal eg gera?
Er tað ikki skomm, at tú skalt koma tær í ólukku fyri eitt neyðars glas av brennivíni! Nei, so skal ikki vera hesa ferð; eg má hiðani. - Áh, gævi, eg kundi drukkið bert fyri ein skilling afturat! Tað var mín ólukka, at eg fekk at smakka tað; nú sleppi eg ikki hiðani. Farið nú, bein! Fjandin lemji tykkum, um tit ikki fara! Nei, hasar kanaljurnar vilja pínadoyð ikki. Tær vilja aftur til vertshúsið. Limir mínir eru í stríð hvør við annan: magin og beinini vilja í vertshúsið, og bakið til bíggjar. Vilja tit fara, hundar tykkara, skarnskroppar, kanaljur! Nei, dekan fari, tey vilja aftur í vertshúsið. Eg havi meiri stríð av beinum mínum at fáa tey at fara frá vertshúsi enn av flekkutu ryssu míni at fáa hana úr fjósinum. Áh, gævi eg hevði torað at drukkið fyri bert ein einasta skilling afturat! Hvør veit, um ikki Jákup skósmiður torir borga mær fyri ein skilling ella tveir, tá ið eg bøni hann um tað. - Hey, Jákup! eitt glas av brennivíni afturat fyri tveir skillingar!
Scen. 6.
Jákup, Jeppi.
Jákup.
Hygga síggj, Jeppi! Ert tú afturkomin? Eg kundi altíð ætlað, at tú fekst ov lítið. Hvat munar fyri ein tuskilling í brennivíni? Tað kemur ikki meira enn niður um vælindið.
Jeppi.
Satt er tað, Jákup! Lat meg fáa fyri ein tuskilling afturat.
(Einsamallur).
Havi eg fyrst drukkið, fer hann at borga mær, annaðhvørt hann vil ella ei.
Jákup.
Her er fyri ein tuskilling í brennivíni, Jeppi, men peningin fyrst.
Jeppi.
Saktans kanst tú borga mær, meðan eg drekki, sum sigst í orðtakinum.
Jákup.
Her legst einki í orðtøk, Jeppi. Vilt tú ikki gjalda framanundan, so fært tú ikki dropan; eg havi gjørt eið uppá ongum at borga, enn ikki ríðifútanum sjálvum.
Jeppi (grátandi).
Kanst tú ikki saktans borga mær. Eg eri jú ein ærligur maður.
Jákup.
Einki upp á borg!
Jeppi.
Har hevur tú peningin, meðni, natni hundur tín! - Nú er tað gjørt; drekk nú, Jeppi! - Áh, tað gjørdi væl.
Jákup.
Ja, hatta kann fløva einum skálki innan.
Jeppi.
Tað er tað alrabesta við brennivíni, at tú fært slíka kurasju av tí. Nú hugsi eg hvørki um konu mína ella meistar Eirik, so væl hevði eg av hesum seinasta glasinum. Dugir tú hesa vísu, Jákup?
Lítla Kirstin og harra Pætur, tey sótu fyri borð, peteheia!
Tey talaðu so mangt eitt skemtiligt orð, polemeia!
Um summarið kvøður starin so kátt, peteheia!
Fjandin taki Nillu, og taki hana brátt, polemeia!
Eg gekk mær út í grønan lund, peteheia!
Deknin hann nevni eg bartrog og hund, polemeia!
Og kenna tit Grana, mín fullgóða hest, peteheia!
Deknin hann nevni eg skemdargest, polemeia!
Og vilja tit vita, hvør kona mín er, peteheia!
So eitur hon: fari hon har heitast er, polemeia!
Hesa vísu havi eg sjálvur yrkt, Jákup.
Jákup.
Dekan hevur tú!
Jeppi.
Jeppi er ikki so býttur, sum tú heldur. Eg havi eisini yrkt eina vísu um skósmiðirnar, ið ljóðar soleiðis:
Skósmiðurin við sínari bass og fiól, filebumm, filebumm!
Jákup.
Býttlingur! henda er jú yrkt um spælimenn.
Jeppi.
Aja, jú, so er. Hoyr, Jákup! gev mær uppaftur fyri fimm skilling í brennivíni.
Jákup.
Gaman í! Nú kann eg síggja, at tú ert ein rættur maður, ið unnar húsi mínum ein skilling.
Jeppi.
Hei, Jákup! Gev mær bert fyri fýra skilling.
Jákup.
Gaman í!
Jeppi (kvøður aftur):
Foldin drekkur vatn,
sjógvurin drekkur sól,
sólin drekkur sjógv,
alt í verøldini drekkur.
Hví má ikki so
eg drekka tað, eg kann fáa?
Jákup.
Singott, Jeppi!
Jeppi.
Mir zu! 7
Jákup.
Væl gagnist helvtin!
Jeppi.
Ik tank jú, Jákup! Drik man, dat teg die dyvel hál, dat ist tær well unt.
Jákup.
Eg hoyri, tú dugir týskt, Jeppi.
Jeppi.
Jú, jú; tað er so gamalt tað, men eg plagi ikki at tosa tað, uttan tá ið eg havi kenning.
Jákup.
Íðan, so tosar tú tað kortini minst eina ferð um dagin.
Jeppi.
Eg havi verið í tíggju ár undir malisjuni, og skuldi eg so ikki dugað mál míni?
Jákup.
Eg veit tað væl, Jeppi. Vit hava jú verið í kampanjuni saman8 í tvey ár.
Jeppi.
Satt er tað, sig mær frá tí. Tú varst jú hongdur, ta ferðina tú rýmdi við Wismar.
Jákup.
Eg skuldi verða hongdur, men eg fekk pardón. So nær hjálpir mongum manni.
Jeppi.
Tað var illa, at tú ikki varð hongdur, Jákup. Men varst tú ikki við í teirri auktiónini,9 ið stóð á hinari heiðini, tú veitst sjálvur?
Jákup.
Aja, hvar havi eg ikki verið við?
Jeppi.
Eg gloymi aldri tann fyrsta psálmin10, svenskurin skeyt. Eg hugsi, har fullu 3000 í senn, um tað ikki vóru 4000. Das ging fordyvled zu, Jákup! tú kanst wol das ihukommen? Ik kann nicht nekten, dass ik jú ræddur var in dat slag.
Jákup.
Ja, ja. Deyðin er harður at taka. Tú ert so gudiligur, tá ið tú ert fram móti figgindanum.
Jeppi.
Ja, satt er tað; eg veit ikki av hvørjum tað man koma; tí eg lá alla náttina, áðrenn auktiónin skuldi vera, og las í Dávasar psaltkari11
Jákup.
Eg undrist so á, at tú, sum hevur verið soldátur, letur teg kúga av konu tínari.
Jeppi.
Eg! Áh, hevði eg bert havt hana her, so skuldi tú sæð, hvussu eg skuldi bastonerað hana.12 Eitt glas afturat, Jákup! (Fyri seg sjálvan). Eg havi 8 skilling eftir enn, og tá ið teir eru farnir, drekki eg upp á borg. (Hart). Lat meg eisini fáa eitt krúss av øli.
In Leipzig war ein mann,
In Leipzig war ein mann,
In Leipzig war ein lederen mann,
In Leipzig war ein lederen mann,
In Leipzig war ein mann.
Die mann hann nam ein frú... o. s. fr.
Jákup.
Singott, 13 Jeppi!
Jeppi.
Hei! He...i! He...e! Tína skál og mína skál og skál fyri allar góðar vinir! He...e! He...i!
Jákup.
Vilt tú ikki drekka ríðifútans skál?
Jeppi.
Ajú! Gev mær fyri fýra skilling afturat. Ríðifútin er ein hampiligur maður. Tá ið vit flýggja honum ein dála upp í nevan, ger hann sín dýrasta eið fyri herskapinum uppá, at vit kunnu ikki lata landgjald. - Men nú eri eg so eiðasørur fyri pening. Tú fert at borga mær fyri einar fimm skilling afturat.
Jákup.
Nei, Jeppi, nú tolir tú ikki at drekka meiri. Eg eri ikki slíkur maður, at eg vil, at gestirnir skulu gera ov nógv av í mínum húsi og drekka meir, enn teir hava gott av. Heldur vil eg missa tann vinning; tí tað er synd.
Jeppi.
Hei! gev mær fyri fimm skilling afturat!
Jákup.
Nei, nú skeinki eg ikki meir. Minst til, tú hevur langan veg at ganga.
Jeppi.
Skarnskroppur! Karonja! Beist! Hei! He...i!
Jákup.
Farvæl, Jeppi! Góða eydnu!
Scen. 7.
Jeppi einsamallur.
Jeppi.
Ája, Jeppi! tú ert drukkin sum ein høna. Bein míni vilja ikki bera meg. Vilja tit standa ella ikki, tykkara kanaljur? Hei so! Hvat er fram? Hei, Jákup bakbeist, skustari! Hei, fyri fimm skilling afturat! Vilja tit standa, hundar tykkara! Nei, dekan fari, um tey vilja standa. Takk, Jákup skósmiður. Latum oss fáa ein frískan. Hoyr, vinur mín! hvar er vegurin til bíggjar? Statt, sigi eg. Hygg! Beistið er drukkið. Tú drakst sum ein skálkur, Jákup! Er hatta fyri f'imm skilling í brennivíni? Tú mátar sum ein turkur...
(Meðan hann talar soleiðis, dettur hann og verður liggjandi).
Scen. 8.
Nilus barónur. Skrivarin. Kamartænarin. Tveir lakeiar. Jeppi.
Barónurin.
Tað lítur væl út fyri fruktunum í ár. Hyggið bert, so væl kornið stendur.
Skrivarin.
So er, tygara Náði; men tað vil siga, at tunnan av korni í ár ikki fer at koma hægri enn fimm mark.
Barónurin.
Tað sakar einki. Bøndurnir standa seg kortini altíð betur í teim góðu tíðum.
Skrivarin.
Eg veit ikki, hvussu er við sovorðnum, tygara Náði; bøndurnir gremja seg kortini altíð og vilja hava set, annaðhvørt árið fruktar væl ella ikki. Tá ið teir eiga nakað, so drekka teir tess meira. Her býr ein vertshúshaldari um leið, ið eitur Jákup skósmiður, og sum í stórum hjálpir til at forarma fólkið. Tey siga, at hann letur salt í ølið, fyri at tey skulu tysta, tess meira tey drekka.
Barónurin.
Tann kallin mega vit hava avsagdan. - Men hvat er hatta, ið liggur her á vegnum? Hatta er jú ein deyður maður. Mann frættir ikki annað enn ólukkur. Far ein tykkara yvir og vita, hvat tað er!
1. lakeiur.
Hetta er Jeppi á Fjallinum, ið hevur hina óndu konuna. Hei! upp, Jeppi! Nei, hann vaknar ikki, um vit so slógu og togaðu hann eftir hárinum.
Barónurin.
Lat hann verða liggjandi; tað hevði verið stuttligt at gjørt honum okkurt skálkabragd. Væl plaga tit at duga at fáa í lag tað, ið stuttligt er. Kunnu tit nú hugsa tykkum okkurt rættiliga stuttligt?
Skrivarin.
Eg haldi, tað hevði verið stuttligt, um vit bundu honum ein pappírskraga um hálsin ella kliptu hárið av honum.
Kamartænarin.
Eg haldi, tað hevði verið enn stuttligari, um vit smurdu hann í andlitinum við blekki og settu onkran út at vita, hvussu konan fagnaði honum, tá ið hann kom heim í tí skili.
Barónurin.
Hattar er ikki so galið. Men eg hugsi, at Eirikur kemur við onkrum, ið er uppaftur betur. Sig okkum, hvat tú heldur, Eirikur!
Eirikur lakeiur.
Eg haldi, at vit skulu lata hann úr hvørjum plaggi og leggja hann í Harrans bestu song, og á morgni, tá ið hann vaknar, skulu vit øll móti honum látast, eins og var hann harri á garðinum, so hann ikki veit, hvussu vorðið er við sær. Og tá ið vit so hava fingið hann til at trúgva, at hann er barónur, skulu vit drekka hann aftur eins druknan, og hann nú er, og leggja hann í sínum gomlu klæðum á henda sama køstin. Um hetta verður útint við skili, vil tað fáa eitt sjáldsamt úrslit, og hann vil hugsa annaðhvørt at hava droymt um slíka dýrd ella fyri álvara at hava verið í Páradísi.
Barónurin.
Eirikur, tú ert eitt stórmenni og hevur tí ikki uttan frálík hugskot. Men um hann nú vaknar undir øllum?
Eirikur.
Tað eri eg vísur í, at hann ikki ger, tygara Náði; tí hesin sami Jeppi á Fjallinum er ein av teim verstu svøvnhítum í allari sýsluni. Teir royndu í fyrrárinum at binda honum eina rákett aftur í nakka og tendra í hana; men tá ið rákettin fýsti, vaknaði hann ikki kortini.
Barónurin.
Latum oss so gera hatta. Berið hann í stundini burtur, latið hann í eina fína skjúrtu og leggið hann í bestu song mína.
Orðafrágreiðingar til 1. part
1 Harra Pál = presturin
2 Landgjald = leiga
3 Ríðifútin = so kallaðist tann maður, góðseigararnir høvdu til at skila fyri pliktarbeiðinum og ansa eftir bóndunum.
4 var undir malisjuni = var soldátur
5 kurasju = dirvi
6 tók trúnna frá meiri enn tólv deknum = sang betur enn teir
7 Mir zu! = mína skál
8 Í kampanjuni saman = í somu herdeild
9 Aktión = atsókn, slag
10 psálmin = forbronglað av Salve: samstundis skot av nógvum byrsum ella kanónum
11 Dávasar psaltkari = Davids sálmum
12 Bastonerað hana = smurt hana av
13 Singott = skál!
Annar partur
ACTUS II.
Scen. 1.
Jeppi.
(Hann liggur í barónsins song við einum skarlakssláprokki framanfyri á stólinum; hann vaknar og gníggjar sær um eyguni, lítur um seg og verður bangin, gníggjar sær aftur um eyguni, tekur upp til høvdið, fær eina gullbaldýraða nátthúgvu í hondina; hann smyr spýtt upp á eyguni, gníggjar tey aftur, vendir húgvuni og hyggur gjølla at henni, hyggur at sínari fínu skjúrtu, at slábrokkinum, at øllum; skelkist illa. Ímeðan verður spældur ein spakuligur musikkur; tá ið hann hoyrir hann, leggur hann saman hendur og fer at gráta. Tá ið musikkurin tagnar, fer hann al tala).
Jeppi.
Ei, hvat er tó hetta? Hvat er hetta fyri dýrd, og hvussu eri eg komin higar? Droymi eg, ella eri eg vakin? Nei, eg eri heilt vakin. Hvar er kona mín, og hvar eru børn míni, hvar er hús mítt, og hvar er Jeppi? Alt er jú so umbroytt, eg sjálvur við. Ei, hvat er hetta? Hvat er hetta? (Rópar spakuliga og bangin:) Nilla! Nilla! Nilla! Eg hugsi, eg eri komin í Himnaríki, Nilla, og tað so púra óforskylt. - Men man tað vera eg? Eg haldi jú, eg haldi eisini nei. Tá ið eg taki mær aftur um bak, har eg enn eri sárur, sum eg eri bankaður; tá ið eg taki eftir tí brendu tonn, eg havi, haldi eg, at tað eri eg. Tá ið eg so hyggi á húgvu mína, stúku mína, á alla hesa dýrd, sum er mær fyri eygum, og tá ið eg hoyri henda liviliga musikkin, so dekan fari, um eg kann fáa í mítt høvd, at tað eri eg. Nei, tað eri ikki eg; eg vil túsund ferðir vera ein kanalja, um tað eri eg. Men man meg ikki droyma? Eg haldi nei, kortini. Eg vil royna at klípa meg í armin; fái eg so ikki ilt, so droymi eg, fái eg ilt, so droymi eg ikki. - Jú, men kendi eg tað; vakin eri eg. Víst eri eg vakin, tað kann eingin træta av mær; tí var eg ikki vakin, so kundi jú ikki… Men hvussu kann eg kortini vera vakin, tá ið eg rætt hugsi um alt? Tað kann ikki vera annað, enn at eg eri Jeppi á Fjallinum; eg veit jú, at eg eri ein fátækur bóndi, ein trælur, eitt ótýggi, ein hannreiur, ein hungurssvølt lús, ein maðkur, ein kanalja; hvussu kann eg so samstundis vera keisari og harri á einum slotti? Nei, tað er kortini bert ein dreymur. Tað man tí vera best at hava tolni, til eg vakni.
(Musikkurin tekur við aftur, og Jeppi fer aftur at gráta).
Ah, man nakar kunna hoyra sovorðið í svøvni? Tað er jú ikki møguligt. Men, er tað ein dreymur, so gævi, eg aldri mátti vakna, og eri eg vorðin svakur, so gævi, eg aldri mátti verðið rættsiktaður aftur; tí eg vildi stevnt tí lækna, ið gjørdi meg frískan, og bannsett hann, ið vakti meg. Men eg hvørki droymi ella eri svakur; tí eg kann minnast alt, ið mær er borist fyri. Eg minnist jú, at faðir mín sáli var Niels á Fjallinum, abbi mín Jeppi á Fjallinum, kona mín eitur jú Nilla, homluband hennar meistar Eirikur, synir mínir Janus, Niels og Kristoffir. Men hygg! Nú havi eg funnið út, hvat tað er: tað er hitt annað lívið, tað er Páradís, tað er Himnaríki. Kanska eg drakk lívið av mær í gjár hjá Jákupi skósmiði, doyði og kom beinanvegin í Himnaríki. Deyðin má kortini ikki vera so ringur at taka, sum vanliga verður hildið, tí eg kendi einki av tí. Nú stendur kanska Harra Jaspir í hesi stund á prædikastólinum og heldur líktalu yvir meg og sigur: Slíkan deyða fekk Jeppi á Fjallinum; hann livdi sum ein soldátur og doyði sum ein soldátur. - Fólk kunnu trætast um, um eg nú doyði á landi ella á sjógvi; tí eg fór nakað vátur av verðini. - Áh, Jeppi, hetta er annað enn at ganga fýra míl til bíggjar at keypa sápu, at liggja á hoyggi, at verða bankaður av konu sínari og verða hyrndur av dekninum. Áh, hetta var eydnusælan, ið var, sum títt stríð og tínir strævnu dagar vóru broyttir til. Áh, eg má gráta av gleði, serliga tá ið eg hugsi um, at hetta er borist mær fyri so heilt óforskylt. Men eitt er, ið pínir meg, og tað er, at eg eri so tystur, at varrarnar binda. Skuldi eg ynskt meg á lívi aftur, var tað einans fyri at fáa eitt krúss av øli at leska meg við; tí hvat tjenar mær øll henda dýrd fyri eygu og oyru, tá ið eg av nýggjum skal doyggja av tosta? Eg minnist, at prestur hevur ofta sagt, at eingin hvørki svøltar ella tystir í Himnaríki, samaleiðis, at har hittir tú allar tínar andaðu vinir; men eg eri um at forganga í tosta, eisini eri eg púra einsamallur, eg síggi einki fólk; ið hvussu er mátti eg hitt abba mín, ið var so reiðiligur maður, at hann ikki skyldaði ein skilling til herskapið, tá ið hann doyði. Eg skuldi væl meint, at mangur maður hevur livað eins hampiliga og eg, hví skuldi eg so einsamallur verið komin í Himnaríki? Tað kann tí ikki vera Himnaríki. Men hvat kann tað so vera? Eg sovi ikki; eg eri ikki svakur; eg eri ikki rættsiktaður; eg eri Jeppi á Fjallinum; og eg eri ikki Jeppi á Fjallinum; eg eri fátækur; eg eri ríkur; eg eri ein neyðar bóndi; eg eri keisari. Á...Á...Á...! Hjálp! Hjálp!
(Av hesum andskræmiliga ýli koma nøkur fólk inn, sum ímeðan hava staðið fjald at vita, hvussu hann fer at týggja sær.)
Scen. 2.
Kamartænarin. Eirikur lakeiur. Jeppi.
Kamartænarin.
Eg ynski Baróninum ein vælsignaðan góðan morgun. Her er slábrokkurin14, um Barónurin vil fara fram. Eirikur, skunda tær uttar eftir handklæðinum og vatnfatinum.
Jeppi.
Áh, vælborni harra kamartænari, eg vil fegin koma fram; men eg biði um, at tit einki vilja vera mær at meini.
Kamartænarin.
Gud haldi okkum frá at vera Harranum at meini.
Jeppi.
Áh, áðrenn tit drepa meg, vilja tit so ikki gera so væl og siga mær, hvør eg eri.
Kamartænarin.
Veit Harrin ikki, hvør tygum eru?
Jeppi.
Í gjár var eg Jeppi á Fjallinum, men í dag... Áh, eg veit ikki, hvat eg skal siga.
Kamartænarin.
Tað gleðir okkum, at Harrin er so væl hýrdur í dag, at tygum gera so væl at skemta. Men Gud hjálpi okkum, hví grætur Barónurin?
Jeppi.
Eg eri ikki Barónurin. Eg kann gera mín dýrasta eið uppá, at eg ikki eri tað; tí eftir tí, sum eg kann minnast, eri eg Jeppi Nielsson á Fjallinum, ein av Barónsins bóndum. Vilja tygum boðsenda konu mínari, skulu tit fáa tað at hoyra; men latið hana ikki taka meistar Eirik við sær.
Lakeiurin.
Tað var løgið. Hvat er tó hetta? Harrin kann jú ikki vera vaknaður; tí hann er jú aldri vanur at skemta soleiðis.
Jeppi.
Um eg eri vakin ella ikki, skal eg ikki kunna siga; men tað veit eg, og tað kann eg siga, at eg eri ein av barónsins bóndum og eiti Jeppi á Fjallinum, og at eg aldri á lívinum hvørki havi verið barónur ella greivi.
Kamartænarin.
Eirikur, hvat kann hetta vera? Eg stúri fyri, at Harrin er vorðin sjúkur.
Eirikur.
Eg hugsi, at hann gongur í svøvni; tí tað ber ofta á, at fólk fara fram úr songini, lata seg í, tala, eta og drekka í svøvni.
Kamartænarin.
Nei, Eirikur; eg síggi, at Harrin er í ørviti av onkrari sjúku. Far sum skjótast eftir einum tveimum læknum. (Eirikur fer). Áh, Barónurin má royna ikki at hugsa soleiðis! Barónurin loypir bangni á alt húsið. Kennir Barónurin ikki meg?
Jeppi.
Eg kenni ikki meg sjálvan; hvussu skuldi eg so kunnað kent tygum?
Kamartænarin.
Áh, er tað møguligt, at eg skal hoyra harra mín hava slík orð á munni og síggja tygum sovorðnan? Áh, hetta neyðar húsið, ið verður heimsøkt av slíkum gandi! - Kann Harrin ikki minnast, hvat tygum gjørdu í gjár, tá tygum riðu út at veiða?
Jeppi.
Eg havi aldri verið veiðimaður, hvørki av rættum ella í loyndum; tí eg veit, at tað ber beinleiðis á Bremarhólm.15 Tað skal aldri nakar maður kunna prógva, at eg havi veitt eina haru á Harrans jarðum.
Kamartænarin.
Áh, náðigi Harri! Eg var jú sjálvur úti at veiða við tygum í gjár.
Jeppi.
Í gjár sat eg hjá Jákupi skósmiði og drakk fyri tólv skillingar í brennivíni; hvussu kundi eg so vera úti at veiða?
Kamartænarin.
Áh, eg bøni náðiga Harran á knøum mínum, at tygum ikki tala soleiðis. - Eirikur, fór boð eftir læknunum?
Eirikur.
Ja, teir verða brátt at koma.
Kamartænarin.
Lat okkum so fáa Harran í slábrokkin, tí kanska man hann fara at batna, tá ið hann kemur út fyri dyr. - Vilja tygum ikki gera so væl og lata tygum í slábrokkin, harra Barónur?
Jeppi.
Hjartans fegin. Tit mega gera við meg tað, tykkum lystir, tá ið tit bert ikki drepa meg; tí eg eri ósekur sum barnið í móðurlívi.
Scen. 3.
Tveir læknar. Jeppi. Kamartænarin. Eirikur.
1. lækni.
Vit frætta við størstu sorg, at Harrin livir ikki væl.
Kamartænarin.
Áh, ja, harri lækni, hann er reiðuliga ringur.
2. lækni.
Hvussu veit við, náðigi Harri?
Jeppi.
Heilt væl. Eg eri bert nakað tystur av brennivíninum, eg fekk hjá Jákupi skósmiði í gjár. Um tit einans geva mær eitt krúss av øli og lata meg fara, mega tit fyri mær fegin heingja tykkum og allar læknar upp; tí mær tørvar einki medisin.
1. lækni.
Hatta rópi eg at ganga reiðuliga í ørviti, harri collega.
2. lækni.
Tess ringari tað er, tess skjótari vil tað vera avfarið. Latum oss vita, hvussu Harrans pulsur er. Quid tibi videtur, Domini Frater16?
1. lækni.
Eg haldi, honum má beinanvegin latast blóð úr æðr.
2. lækni.
Tað haldi eg als ikki; tí slík løgin brek mega grøðast á annan hátt. Harrin hevur havt ein ljótan og løgnan dreym, ið hevur fingið rørslu í blóðið og loypt ørviti á heilan, so hann trýr seg at vera bóndi. Vit mega royna at stuttleika Harranum við slíkum, sum honum vanliga líkist best á, geva honum tað vín og tann mat, honum best dámar, og spæla fyri honum teir tónleikir, honum hugar best.
(Ein frøiligur musikkur tekur við.)
Kamartænarin.
Hatta var jú tann tónleikur, Harranum líktist best á.
Jeppi.
Kann væl vera. Er altíð slíkur gamansleikur her á garði?
Kamartænarin.
So ofta, Harranum lystir; tygum geva jú okkum øllum kost og løn.
Jeppi.
Men tað er løgið, at eg kann einki minnast av tí, eg havi gjørt áður.
2. lækni.
Sjúkan ber tað við sær, náðigi Harri, at tygum gloyma, hvat tygum áður hava gjørt. Eg minnist, at fyri nøkrum árum síðani varð ein av grannum mínum so í ørviti av at drekka ov nógv, at hann í tveir dagar trúði seg einki høvd at hava.
Jeppi.
Tað hevði verið væl, um Kristoffir sorinskrivari hevði gjørt tað sama. Men hann má hava eina sjúku, sum er beint tvørtur ímóti hesari; tí hann trýr seg at hava eitt dekans høvd, hóast hann hevur so púra einki, sum gjølla sæst av dómum hansara.
(Teir flenna allir): Ha, ha, ha!
2. lækni.
Tað er ein fragd at hoyra Harran skemta. Men, fyri at koma aftur til søguna, so gekk hesin sami maður hús úr húsi og spurdi fólk, um eingin hevði funnið høvd hansara, sum hann hevði forsónað; men hann kom væl fyri seg aftur og er í hesi stund klokkari í Jútlandi.
Jeppi.
Tað kundi hann jú verið, hóast hann ikki hevði funnið høvdið aftur.
(Teir flenna aftur): Ha, ha, ha!
1. lækni
Kunnu tygum ikki minnast, harra collega, tann tilburðin, ið fyri tíggju árum síðani barst á við hinum manninum, ið trúði, at tað uddi við flugum í høvdi hansara, og kundi ikki koma av teim tonkum, hvat ið so varð talað við hann um tað, til ein skilagóður lækni grøddi hann á henda hátt: Hann legði honum á høvdið eitt plástur, ið var stroytt við deyðum flugum, og tá hann eina stund eftir loysti plástrið av og vísti hinum sjúka flugurnar, trúði hesin, at tær vóru trektar út úr høvdi hansara, og varð tessvegna aftur frískur. Eg havi eisini hoyrt um ein annan mann, ið aftaná ein strangan fepur fekk ta býttu hugsan, at um hann kastaði sær av vatninum, vildi landið forganga í flóð. Eingin kundi fáa hann úr hesum tonkum, tí hann segði seg at vilja lata lívið fyri almanna gagni. Hann varð grøddur á henda hátt: Tað varð boðsent honum frá kommandantinum, at við tað at staðurin var um at verða kringsettur av fíggindanum, og verjuveitirnar vóru tómar, um hann so ikki vildi fylla tær fyri at forða fíggindanum atgongd til staðin, hvat hin sjúki var fegin við, tí hann kundi hjálpa bæði føðilandinum og sær sjálvum, og slapp hann soleiðis bæði frá vatni sínum og sjúkuni.
2. lækni.
Eg kann framføra eitt dømi av einum øðrum tilburði, ið barst á í Týskalandi. Ein aðalmaður kom eina ferð á eitt vertshús, hvar hann, tá ið hann hevði etið og vildi fara at leggja seg, hongdi gullketu sína, ið hann var vanur at ganga við um hálsin, á ein seym í brjóstinum. Verturin ansaði væl eftir øllum hesum, fylgdi honum til songar og ynskti honum at sova væl. Men tá ið hann kendi, at aðalmaðurin var sovnaður, sníkti hann seg inn í kamarið og tók 60 lið burtur úr ketuni og hongdi hana so upp aftur á brjóstið. Gesturin rísur á morgni, letur rossið saðla og fer í síni bestu klæði. Men tá ið hann skuldi binda ketuna um hálsin, kennir hann, at hon er ikki meira enn helvt til longdar og tekur tí við at rópa, at stolið var frá honum. Verturin, sum stóð fyri durunum og lúrdi, rennur við tað sama inn og rópar, í tí hann letist at ræðast: Áh, hatta var ein ræðulig umskiftan! Tá ið gesturin spurdi hann, hví hann so leikaði í, segði hann: Neyðar harri, høvd tygara er vorðið tvær reisur so stórt, sum tað var í gjár. Og bar hann síðani fram ein falskan spegil, ið vísti alt tvífalt so stórt, sum tað í sær sjálvum var. Tá ið nú aðalmaðurin sá høvd sítt so stórt í spegilinum, fór hann at gráta og segði: Áh, nú skilji eg orsøkina til, at keta mín er vorðin so stutt. Síðani setti hann seg upp á rossið, fjaldi høvdið í bjálva sínum, so eingin skuldi síggja tað á vegnum. Tað sigst, at hann síðani legðist inni í mangar dagar og ikki kundi fáast at trúgva annað, enn at tað var høvdið, ið var vorðið ov stórt, og ikki ketan, ið var vorðin ov stutt.
1. lækni.
Tað eru óteljandi dømi uppá slíkan býttleika. Eg minnist meg eisini at hava hoyrt um ein, ið trúði, at nøs hansara var tíggju fót til longdar, og varaði øllum, ið møttu honum, ikki at koma henni ov nær.
2. lækni.
Domine frater, tygum hava væl hoyrt søguna um hin mannin, ið trúði seg at vera deyður. Ein ungur drongur kom á ta býttligu hugsan, at hann var deyður, og legði seg tessvegna á eina líkbøru og vildi hvørki eta ella drekka. Vinir hansara royndu at vísa honum, hvussu býttligt hetta var; men einki batti; tí hann flenti bert at teimum og segði, at tað var móti øllum reglum, at deyð fólk fóru at eta og drekka. Endiliga tók ein maður, ið var sera kønur í læknafrøði, sær uppá at grøða hann á ein løgnan hátt: Hann fekk ein húskall til eisini at latast deyður og lata seg í skart og skrúði bera til sama staðið, har hin sjúki lá. Hesir lógu fyrst leingi og hugdu hvør at øðrum. Umsíðir fór hin sjúki at spyrja hin eftir, hví hann var higar komin; hin svaraði: tí hann var deyður. Tínæst fóru teir at spyrja hvør annan um, hvussu teir doyðu, hvat ið hvør teirra segði frá í mongum orðum. Síðani koma nakrir, ið vóru bidnir um tað, og bera hesum seinasta náttverða, og reisir hann seg upp undir seg í kistuni og etur væl og virðiliga, og sigur so við hin: Skalt tú ikki eisini skjótt fáa tær ein bita? Hin sjúki undraðist við og spurdi, um tað bar til fyri ein deyðan mann at eta, men fekk tað svarið, at um hann ikki át, var tað ikki leingi, hann kundi vera deyður. Hann læt seg tí fyrst yvirtala til at eta við hinum, síðani sova, lata seg í, ja, hann apaði seg eftir hinum í øllum, til hann eisini við honum varð livandi og fekk vitið aftur. Eg kundi givið óteljandi dømi uppá slíkan merkiligan ørvitisskap. Soleiðis er tað eisini hesa ferð vorðið við tygum, náðigi Harri: tygum hugsa tygum at vera ein neyðar bóndi. Men Barónurin má fáa hasar tankarnar úr høvdinum, so verða tygum við tað sama frískur aftur.
Jeppi.
Men man tað kunna vera møguligt, at eg gangi í ørviti?
Læknin.
Jú, jú. Barónurin hevur jú av hesum søgum hoyrt, hvat fólk kunnu gera í ørviti.
Jeppi.
Eg eri so ikki Jeppi á Fjallinum, meðni?
Læknin.
Nei, nei.
Jeppi.
Er hin ónda Nilla ikki kona mín, meðni?
Læknin.
Áh, nei; Harrin er jú einkjumaður.
Jeppi.
Er tað eisini ørvitisskapur, at hon hevur eitt homluband, ið eitur meistar Eirikur?
Læknin.
Púra ørvitisskapur.
Jeppi.
Er tað heldur ikki rætt, at eg skuldi til bíggjar í gjár at keypa grøna sápu?
Læknin.
Nei.
Jeppi.
Heldur ikki, at eg drakk peningin upp hjá Jákupi skósmiði?
Kamartænarin.
Harragud! Harrin var jú við okkum úti at veiða allan dagin í gjár.
Jeppi.
Heldur ikki, at eg eri hannreiur?
Kamartænarin.
Frúin er jú deyð fyri mongum árum síðani.
Jeppi.
Ja, eg fari nú næstan at skilja mín ørvitisskap. Eg vil ikki hugsa um handa bóndan meira; tí eg skilji, at ein dreymur hevur leitt meg í hasa villuna. Tað er kortini løgið, so ein menniskja kann ganga í ørviti.
Kamartænarin.
Vil Harrin gera so væl at ganga eitt sindur niðri í garðinum, meðan vit borðreiða til morgunmatar?
Jeppi.
Ája; men tað má vera liðugt í skund; tí eg eri bæði svangur og tystur.
Orðafrágreiðingar til 2. part
14 slábrokkur = stórur, síður frakki at nýta inni
15 Bremarhólm = fongsil í Keypmannahavn í teirri tíðini
16 hvat heldur tú, harra bróðir?
Triði partur
ACTUS III.
Jeppi. Barónurin (klæddur sum skrivari). Kamartænarin og fleiri húskallar.
(Jeppi kemur úr garðinum við sínum fylgi, og borðreitt er á einum lítlum borði).
Jeppi.
Ha, ha! tað er longu borðreitt, meini eg.
Kamartænarin.
Ja, alt er til reiðar, um Barónurin vil taka sess.
(Jeppi setist. Hinir standa aftan fyri stólin og flenna at hansara ónærisligu hábrøgdum, tá ið hann tekur við øllum fimm fingrum niður í fatið, ropar sum hann situr, snýsir sær við fingrunum og turkar upp á klæðini).
Kamartænarin.
Vil Harrin siga, hvat vín tygum vilja hava?
Jeppi.
Tit vita jú sjálvir, hvat vín eg eri vanur at drekka til morgunmatar.
Kamartænarin.
Her er rinskvín, sum Harrin helst plagar at drekka. Um tað ikki fellur Harranum, hava vit eitt annað slag fyri hond.
Jeppi.
Hatta er nakað ov súrt.Tit mugu lata eitt sindur av siroppi útí, so verður tað gott; tí eg eri nógv fyri søtum.
Kamartænarin.
Her er Canari-sec, um Harrin vil smakka tað.
Jeppi (drekkur).
Hetta er gott vín. Rópið allir! (Hvørja ferð, hann drekkur, verður blást í horn). Hei, hoyr tú, stavnur! Enn eitt glas av víni av karnalju-sekki, hoyrir tú? Hvar hevur tú fingið handa ringin, tú gongur við á fingrinum?
Skrivarin.
Hann hevur Harrin sjálvur givið mær.
Jeppi.
Tað kann eg ikki minnast; gev mær hann aftur; eg má hava gjørt tað í drykkjuskapi. Eingin gevur sovorðnar ringar burtur. Eg vil síðani kanna eftir, hvørjar aðrar lutir tit hava fingið. Húskallar skulu ikki hava meira enn kost og løn. Eg kann svørja uppá, at eg ikki minnist meg at hava givið tykkum nakað soleiðis; tí hví skuldi eg gera tað? Hasin ringurin er jú meira enn tíggju ríkisdálar til virðis. Nei, nei, góðu vinir, ikki so, ikki so! Tit mega ikki gera tykkum vinning av, at herskap tykkara er veikt í kjøtinum og drukkið. Tá ið eg eri drukkin, eri eg til reiðar at geva brøkurnar burtur av mær; men tá ið eg havi sovið meg frískan, taki eg gávurnar aftur. Annars fekk eg eina ólukku av Nillu, konu mínari. Men, hvat er tað eg sigi? Nú kemur hasin gamli ørvitisskapurin aftur á meg, og eg minnist ikki, hvør eg eri. Gev mær enn eitt glas av Karnalju-sekki. Sama skál! (Her verður aftur blást í horn).
Ansið nú, hvat eg sigi, dreingir! Tað mega tit vita hereftir, at tá ið eg gevi tykkum okkurt um kvøldið í drykkjuskapi, mega tit geva tað aftur á morgni. Tá ið húskallar fáa meir, enn teir kunnu koyra í seg, verða teir stórbærir og virða einki um herskapið. - Hvussu nógv fært tú í løn?
Skrivarin.
Harrin hevur altíð givið mær 200 ríkisdálar um árið.
Jeppi.
Tú skalt fjandin ikki hava 200 ríkisdálar hereftir; hvat gagn gert tú fyri 200 ríkisdálar? Sjálvur má eg tuska sum eitt beist og bera tøð frá morgni til kvølds, og ikki er tað meira... Hygg, nú kemur hasin dekansetti bóndaørskapurin aftur. Gev mær eitt glas av víni afturat. (Hann drekkur aftur og blást verður í horn). 200 ríkisdálar! Tað er jú at pína herskap sítt út av ørmindahúsi. Hoyr, nú skal eg siga tykkum nakað, góðu vinir! Tá ið eg havi etið, ætli eg at heingja annan hvønn av tykkum her á garði. Tit skulu fáa at vita, at eg eri ikki at spæla við í peningasøkum.
Kamartænarin.
Vit vilja geva alt aftur, sum vit hava fingið av tygum, náðigi harri Barónur.
Jeppi.
Ja, ja, ”náðigi harri, náðigi harri!” Komplemangir og baslemangir hava vit nóg mikið av í hesum tíðum, til tit fáa allan peningin frá mær og verða mínir náðigir harrar sjálvir. Munnurin sigur væl: “Náðigi harri,” men hjartað: “Hasin býttlingurin.” Tit siga ikki, hvat tit meina, falskir hundar! Tit tænarar eru eins og Ábnar, ið kom og fagnaði Rólandi, sigandi: Heilur og sælur komi tú, bróðir! og í sama bili stingur hann honum knívin í hjartað. Trúgvið mær, Jeppi er eingin býttlingur. (Allir falla á knæ og biðja um náði). Reisið tykkum bert aftur, svínhundar, til eg havi etið! Síðani vil eg kanna eftir, hvussu vorðið er, og hvørjir eru verdugir at heingjast ella ikki. Nú vil eg stuttleika mær. - Hvar er ríðifúti mín?
Kamartænarin.
Hann er her fyri uttan.
Jeppi.
Fáið hann inn við tað sama.
Scen. 2.
Ríðifútin (sum er Eirikur lakeiur). Hinir.
Ríðifútin (í einum silvurkneptum koti við gehangi tvørtur um seg).
Hevur Barónurin nakað at siga mær?
Jeppi.
Einki uttan tað, at tú skalt heingjast.
Ríðifútin.
Eg havi jú einki ilt gjørt, náðigi Harri! Hví skal eg so heingjast?
Jeppi.
Ert tú ikki ríðifúti?
Ríðifútin.
Jú, eg eri, náðigi Harri.
Jeppi.
Og so spyrt tú til, hví tú skalt heingjast?
Ríðifútin.
Eg havi kortini arbeitt fyri Barónin so trúgvur og reiðiligur og lagt mær so nær í starvi mínum, at Barónurin altíð hevur róst mær framum hinum tænarum tygara.
Jeppi.
Ja, tað er ikki at ivast í, at tú hevur verið nærlagdur í tínum starvi; tað kann jú síggjast av tínum stoyptu silvurknøppum. Hvat fært tú árliga í løn?
Ríðifútin.
Hálvthundrað ríkisdálar árliga.
Jeppi (válar aftur og fram).
Hálvthundrað ríkisdálar? Jú, tú skalt heingjast í stundini.
Ríðifútin.
Tað kann jú ikki vera minni, náðigi Harri, fyri stríð og strev í einum heilum ári.
Jeppi.
Júst tí skalt tú heingjast, við tað tú bert fært hálvthundrað ríkisdálar. Tú hevur jú ráð til silvurknept kot, til krusidullur fram á hendur, til silkipung í hári, og hevur bert hálvthundrað ríkisdálar um árið. Mást tú so ikki stjala frá mær arma manni? Tí hvaðani skuldi tað annars komið?
Ríðifútin (á knæ).
Áh, náðigi Harri! sparið meg, ið hvussu er, fyri mína neyðar konu og ómyndugu børn.
Jeppi.
Hevur tú mong børn?
Ríðifútin.
Eg havi sjey børn á lívi, náðigi Harri.
Jeppi.
Ha, ha! Sjey børn á lívi! Heingj hann í stundini, tú, skrivari!
Skrivarin.
Áh, náðigi Harri! Eg eri jú ikki bøðil.
Jeppi.
Hvat tú ikki ert, kanst tú verða; tú sært út til nakað av hvørjum. Tá ið tú hevur hongt hann, skal eg síðani sjálvur heingja teg.
Ríðifútin.
Áh, náðigi Harri, er eingin pardón?
Jeppi (gongur aftur og reikar, setir seg niður at drekka, fer aftur á føtur).
Hálvthundrað ríkisdálar, konu og sjey børn… Vil eingin annar heingja teg, so skal eg gera tað sjálvur. Eg man vita, hvørjir skálkar tit eru, tit ríðifútar; eg veit, hvussu tit hava farið við mær og øðrum neyðar bóndum... Asj! nú melur hatta forbidna bóndatvætlið aftur fyri mær. Eg vildi siga, eg kenni tykkara lótir og yrki so væl, at eg sjálvur kundi verið ríðifúti, um so skuldi verið. Tit fáa róman oman av mjólkini, og herskapið fær ein lort, um eg so má siga. Eg hugsi, at um verøldin stendur leingi enn, so verða ríðifútar junkarar og junkarar ríðifútar afturfyri. Tá ið bøndurnir stinga tykkum ella konum tykkara okkurt upp í nevan, so eitur tað, tá ið tit koma til herskapið: hasin neyðar maður er bæði íðin og nærlagdur, men ymist óhapp er honum fyri, so hann kann ikki gjalda; jørðin er vánalig, og neytini hava verið sjúk hjá honum, og hatta verður alt tað, ið herskapið fær. Trúgv mær, falsnari tín, eg lati meg ikki soleiðis lumpa, tí eg eri sjálvur bóndi og bóndasonur… Hygg, nú kemur hasin ørvitisskapur aftur malandi! Eg sigi, eg eri sjálvur bóndasonur, tí Ábraham og Eva, fyrstu foreldur okkara, vóru bøndur.
Skrivarin (fellur á knæ).
Áh, náðigi Harri! Havið kortini miskunn við hann fyri hansara neyðar konu; tí hvussu skal hann síðani kunna føðga konu og børnum?
Jeppi.
Hvør sigur, at tey skulu liva? Vit kunnu jú heingja tey eisini.
Skrivarin.
Áh, Harri! Tað er ein so vøkur og dámlig kona.
Jeppi.
So? Kanska tú ert óður eftir henni, síðan tú verjir hana so? Lat hana koma innar!
Scen. 3.
Kona ríðifútans. Jeppi og hinir.
(Konan kemur inn og kyssir hann á hondina).
Jeppi.
Ert tú kona ríðifútans?
Konan.
Ja, eg eri, náðigi Harri.
Jeppi (tekur hana á bróstini).
Tú ert eigilig. Vilt tú sova hjá mær í nátt?
Konan.
Harrin hevur bert at siga til; eg eri jú í tygara tænastu.
Jeppi (við ríðifútan).
Loyvir tú, at eg liggi hjá konu tínari í nátt?
Ríðifútin.
Eg takki Harranum, at tygum vísa mínum ringa húsi tann heiður.
Jeppi.
Hygg her! Set henni ein stól; hon skal eta við mær. (Hon setist við borðið, etur og drekkur við honum; hann verður jaloux á skrivaran og sigur): Tú skalt fáa tína ólukku, um tú hyggur at henni.
(So ofta sum hann kveitir eftir skrivaranum, hyggur hesin í stundini burtur og starir niður fyri seg. Hann kvøður eina gamla ástarvísu, meðan hann situr og etur við henni, sigur teimum at spæla ein polskan dans og dansar við henni, men dettur tríggjar ferðir, so drukkin hann er; endiliga fjórðu ferð verður hann liggjandi og sovnar).
Barónurin.
Hann svevur longu alt tað, hann er mentur. Nú er leikurin úti; men tað var nær um, at vit sjálvir høvdu verið mest narraðir; tí hann ætlaði at kúga okkum, og so máttu vit annaðhvørt spilt spælið ella latið okkum farið illa við av hesum bóndaflóki, og sum hann tíggjaði sær, kunnu vit læra, hvussu harðlynt og hugmóðig fólk verður, ið úr skarni knappliga kemur til stóran heiður og stórt vald. Tað kundi lætt vorðið mær ein dýr stund tann, tá ið eg gav meg til at vera skrivari; tí hevði hann sligið meg, so var tað ein slík skomm fyri meg, at fólk høvdu hildið sær meira at gaman at mær enn at bóndanum. Best man vera, at vit lata hann sova nakað enn, áðrenn vit aftur lata hann í hansara skitna bóndabúna.
Eirikur.
Áh nei, Harri! Hann svevur longu sum hítin; hyggið her! Eg kann buka á hann, hann letst ikki um vón.
Barónurin.
Berið hann út og fullførið leikin.
Fjórði partur
ACTUS IV.
Scen. 1.
Jeppi (einsamallur).
(Hann liggur á einum køstagarði í sínum gamla bóndabúna, vaknar og rópar):
Jeppi.
Hei, skrivari! kamartænari! lakeiir! Eitt glas av karnaljusekki afturat! (Lítur um seg, gníggjar eyguni eins og áður, tekur hondina upp til høvdið og fær tøkur á sín gamla breiða hatt, gníggjar eyguni og snarar hattinum í allar ættir, hyggur at klæðum sínum og kennir seg sjálvan aftur; fer at tala):
Hvussu leingi var Ábraham í Páradísi? Nú kenni eg - og tíverri - alt aftur, legu mína, troyggju mína, gamla hannreihattin mín, meg sjálvan. Hetta er annað, Jeppi, enn at drekka karnaljusekk úr gyltum steypi, at sita til borðs við lakeium og skrivarum aftan fyri stólin. Hitt góða varar - tíverri - aldri leingi. Áh, áh! at eg, sum var slíkur náðigur Harri fyri so kortum, skal síggja meg so vána vorðnan, mína glæsiligu song umskapaða til ein køst, mína skarlakshúgvu til ein gamlan hannreihatt, mínar lakeiir til svín og meg sjálvan frá einum stórum og náðigum harra umskapaðan aftur til ein neyðarsligan bónda! Eg trúði, tá ið eg vaknaði aftur, at finna fingrar mínar settar við gullringum; men teir eru - við skomm at siga - smurdir við nøkrum øðrum. Eg meinti at vilja krevja rokniskap av tænarum mínum; men nú má eg sjálvur leggja bak til, tá ið eg komi heim og skal standa til svars fyri, hvat eg havi gjørt. Eg hugsaði mær, tá ið eg vaknaði, at kunna taka eftir einum glasi av karnaljusekki, men fekk - við skomm at siga - ein lort upp í hondina. Áh, áh! Jeppi! Stutt vart tú í Páradísi og hastiliga var gleði tín úti. Men hvør veit, um tað sama ikki kann viðurfarast mær, um eg leggi meg eina ferð enn at durva. Áh, áh! gævi tað vildi verið so! Áh, gævi eg kundi komið har aftur!
(Leggur seg aftur at durva).
Scen. 2.
Nilla. Jeppi.
Nilla.
Eg kann ikki trúgva, at hann hevur forgjørt sær. Men hvussu kann hetta kortini vera? Annaðhvørt hevur fjandin tikið hann, ella - og tað hugsi eg heldur - situr hann í onkrum vertshúsi og drekkur peningin upp. Býttlingur sum eg var í tí, at eg læt handa drykkjukroppin fáa tólv skillingar í senn. - Men hvat er tað, eg síggi? Liggur hann ikki har í rununi og rýtur? Áh, neyðaradýrið Nilla, ið skal hava eitt sovorðið beist til mann! Bakið títt skal fáa av at vita! (Sníkir seg spakuliga yvir at honum og slær hann á rumpuna við meistar Eiriki).
Jeppi.
Hei, hei! Hjálp, hjálp! Hvat er hetta? Hvar eri eg? Hvør eri eg? Hvør slær meg? Hví sláa tey meg? Hei!
Nilla.
Eg skal í stundini læra teg, hvat tað er. (Slær hann uppaftur og dregur hann eftir hárinum).
Jeppi.
Áh, góðasta Nilla! slá meg ikki meira! Tú veitst ikki, hvat ið mær er borist fyri.
Nilla.
Hvar hevur fyllukýkur tín rankast so leingi? Hvar er sápan, ið tú skuldi keypa?
Jeppi.
Eg kundi ikki vinna til bíggjar, Nilla!
Nilla.
Hví kundi tú ikki koma til bíggjar?
Jeppi.
Eg varð á vegnum upptikin til Páradísar!
Nilla.
Til Páradísar? (Bukar hann). Til Páradísar! (Bukar hann aftur). Til Páradísar!
(Bukar hann aftur). Vilt tú afturat ljúgva fyri mær!
Jeppi.
Áh, áh, áh! So satt eg eri ein ærligur maður, er tað ikki satt!
Nilla.
Hvat er satt?
Jeppi.
At eg havi verið í Páradísi.
Nilla
(tekur upp eftir honum): í Páradísi! (og bukar hann aftur).
Jeppi.
Áh, góðasta Nilla! slá meg ikki meira.
Nilla.
Vilt tú í stundini siga mær, hvar tú hevur rankast, annars skal eg myrða teg.
Jeppi.
Ja, eg vil fegin siga tær alt, um hvar eg havi verið, um tú ikki vilt sláa meg aftur.
Nilla.
Sig tað so.
Jeppi.
Svør uppá, at tú ikki vilt sláa meg aftur, meðni.
Nilla.
Nei.
Jeppi.
So satt eg eri ein ærligur maður og eiti Jeppi á Fjallinum, so er tað satt, at eg havi verið í Páradísi og sæð tað, ið tú verður bilsin við at frætta.
(Nilla bukar hann aftur og dregur hann innar eftir hárinum).
Scen. 3.
Nilla (einsamøll).
Nilla.
Ligg har, fyllukýkur tín! Sov nú fyrst drykkjuskapin av tær, síðani skulu vit talast við aftur. Sovorðin svín, sum tú ert, koma ikki í Páradís. At hugsa sær til, at hatta beistið hevur drukkið vitið so burtur av sær. Men hevur hann gjørt seg til góðar fyri mín pening, skal hann eisini ærliga bøta harfyri; tí so skal hann í tveir dagar hvørki fáa vátt ella turt. So man tað fara at verða skjótt, hann gloymir sítt Páradís.
Scen. 4.
Tríggir hermenn. Nilla.
Tríggir menn.
Býr her ikki ein maður, ið eitur Jeppi?
Nilla.
Jú, tað ger tað.
Tríggir menn.
Ert tú kona hansara?
Nilla.
Ja, Gud hjálpi mær, tíverri!
Tríggir menn.
Vit mega innar at hitta hann.
Nilla.
Hann er dýrandi fullur.
Tríggir menn.
Tað sakar einki. Fá hann her út í stundini, annars verður illa vorðið við tykkum øllum í húsi.
(Nilla fer innar og fírir Jeppi út við slíkari ferð, at hann kollveltir ein av teim trimum monnunum, og báðir detta).
Scen. 5.
Jeppi. Hinir tríggir menninir.
Jeppi.
Áh, áh, góðu menn! Nú síggja tit, hvat konu eg havi at stríðast við.
Tríggir menn.
Tú ert ikki verdugur annað, tann brotsmaður tú ert.
Jeppi.
Hvat ilt havi eg gjørt, meðni?
Tríggir menn.
Tað skalt tú við tað sama fáa at vita, tá ið rætturin verður settur.
Scen. 6.
Hinir frammanundan. Dómarin. Tveir lógmenn.
(Dómarin kemur inn við einum kalsmanni og setir seg í stólin. Jeppi verður bakbundin førdur fram fyri dómaran.)
Fyrsti lógmaður (stígur fram og brigdar honum soleiðis):
Her er ein maður, harri dómari, sum vit kunnu vitna at hava sæð sníkja seg inn í barónsins hús, sagt seg at vera hann sjálvur, latið seg í klæði hansara, kúgað hansara tænarar, hvat ið vit, við tað at hetta er óhugsandi frekur atburður, so krevja vit harra okkara vegna, at hetta má verða honum afturbøtt á serstakan hátt, øðrum óflýggjakroppum til dømis og áburð.
Dómarin.
Er tað satt, sum tú verður skyldaður fyri? Sig fram, hvat tú hevur at verja teg við! Tí vit vilja ongan døma óhoyrdan.
Jeppi.
Áh, eg neyðar maður! hvat skal eg siga? Eg gangi við at vera skyldugur at straffast, men bert fyri tann pening, sum eg drakk upp, og sum eg skuldi keypa sápu fyri; eg viðgangi eisini, at eg fyri kortum havi verið á einum slotti; men hvussu eg kom har, ella hvussu eg kom haðani aftur, veit eg ikki.
Fyrsti lógmaður.
Her hoyra tygum, harri dómari, at hann sjálvur viðgongur, at hann hevur drukkið seg í ørviti og í drykkjuskapi hevur útinnað slíkt óhoyrt brot, so nú restar bert at kanna eftir, um ein slíkur frekur brotsmaður kann umbera sítt brot við tí, at hann var drukkin. Eg meini nei! tí á tann hátt kundi hvørki hor ella morð verið straffað; hvør maður hevði umborið seg við slíkum og sagt, at tað var gjørt í drykkjuskapi. Og hóast at hann kann prógva, at hann hevur verið drukkin, verður ikki betur vorðið við honum; tí, verður ikki sagt: tað, ið tú gert í drykkjuskapi, skalt tú bøta fyri, tá ið aftur rennur av tær? Tað er jú almannakunnugt, hvussu slíkt brot fyri kortum varð straffað, hóast brotsmaðurin í býttleika læt seg lokka til at latast ein stóran harra; men fávitska hansara og býttleiki kundu ikki bjarga honum frá deyðanum. Tí straffur er einans ásettur øðrum til dømis. Eg kundi so væl sagt frá søguni, um eg ikki hevði verið bangin fyri at møða rættin við henni.
Annar lógmaður.
Vælviljandi harri dómari! Henda søk tykist mær so løgin, at eg kann ikki fáa hetta at ríma saman, um har so vóru enn fleiri vitni. Ein fávitskutur bóndi skuldi farið og sníkt seg inn á Harrans garð og latist at verið hann uttan eisini at fáa sær hansara andlit og skapilsi? Hvussu skuldi hann kunna komið inn í Harrans sovikamar? Hvussu skuldi hann kunnað latið seg í Harrans klæði, uttan at onkur mátti varnast við tað? Nei, harri dómari, tað er lætt at síggja, at hetta er verk, ið er samanpentað av fíggindum at hesum neyðar manni. Vóni eg tí, at hann verður fríkendur.
Jeppi (grátandi).
Áh, Gud vælsigni munn tín! Eg havi eitt hálvt rull av skrá í lummanum, um tygum ikki kasta tað aftur; tað er so gott, sum nakar rættur maður kann tyggja.
Annar lógmaður.
Hav tú bert títt skrá, Jeppi! At eg tali fyri teg, er ikki fyri gull og gávu, men einans av kristiligari viðkenslu.
Jeppi.
Fyrigevið mær, harra lógmaður! Eg hevði ikki trúð, at tit vóru so ærligir.
Fyrsti lógmaður.
Tað ið kollega mín framheldur til verju fyri henda brotsmann er einans grundað upp á ætlanir. Her verður ikki spurt, um tað er hugsandi, at sovorðið kann bera á ella ikki; men tað verður prógvað, at so er borið á, bæði av vitnum og sum hann sjálvur viðgongur.
Annar lógmaður.
Tað ið ein maður viðgongur av ræðslu og bangni, slík viðganging kann ikki vera galdandi. Eg haldi tí, at tað er best at geva hesum neyðars manni stundir til at umráða seg og spyrja hann av nýggjum um hetta.
Dómarin.
Hoyr, Jeppi! hugsa um, hvat tú sigur. Viðgongur tú tað, tú ert lagdur undir?
Jeppi.
Nei! eg vil gera tann dýrastu eið uppá, at tað er lygn, alt tað, eg svór uppá í áðni; tí eg havi í tríggjar dagar ikki verið av húsi.
Fyrsti lógmaður.
Harri dómari! Eg meini, og tað haldi eg fast við, at tað má ikki vera nøkrum loyvt at svørja, tá ið hann fyrst er gjørdur sekur av vitnum og síðani sjálvur hevur viðgingið sítt brot.
Annar lógmaður.
Eg meini jú!
Fyrsti lógmaður.
Eg meini nei!
Annar lógmaður.
Tá ið søkin er so løgin sum henda?
Fyrsti lógmaður.
Ongar umstøður hjálpa móti vitnum og viðganging.
Jeppi (spakuliga).
Áh, gævi teir høvdu farið saman at berjast; so kundi eg ímeðan tikið dómaran fyri mín part og buka hann so, at hann skuldi gloymt bæði lóg og reglur.
Annar lógmaður.
Men hoyrið, hr. kollega! Hóast at hann viðgongur seg at vera sekan, so eigur maðurin kortini onga bót at fáa; tí hann hevur jú einki ilt gjørt á garðinum, hvørki dráp ella rán.
Fyrsti lógmaður.
Tað hevur einki at týða; intentio furandi17 er tað sama sum furtum18.
Jeppi.
Tosa føroyskt19, tín svarta hund! so munnu vit altíð kunna svara fyri okkum.
Fyrsti lógmaður.
Tí annaðhvørt ein verður tikin, tá ið hann vil stjala, ella tá ið hann hevur stolið, so er hann tjóvur.
Jeppi.
Áh, náðigi dómari! Eg vildi fegin verið hongdur, um hesin lógmaður varð hongdur undir liðina av mær.
Annar lógmaður.
Tig við sovorðnum, Jeppi! Tú bert spillir tína søk við tí.
Jeppi.
Hví svara tygum so ikki meðni? (Spakuliga). Hann stendur sum eitt bitið ross.
Annar lógmaður.
Men av hvørjum verður so prógvað hetta furandi propositum?20
Fyrsti lógmaður.
Quicunque in ædes alienas noctu irrumpit tanqvam fur aut nocturnus grassator existimandus est, atqve reus hic ita, ergo.. 21
Annar lógmaður.
Nego majorem, qvod scilicet irruperit22.
Fyrsti lógmaður.
Res manifesta est, tot legitimis testibus exstantibus ac confidente reo. 23
Annar lógmaður.
Qvicunqve vi vel metu coactus fuerit confiteri…24
Fyrsti lógmaður.
So? hvar er handan vis25? hvar er handan metus26? Hatta er ikki annað enn sniðlógir.
Annar lógmaður.
Nei, tygum nýta sniðlógir.
Fyrsti lógmaður.
Tað skal eingin ærligur maður kunna siga um meg.
(Teir fara at takast, Jeppi loypur fram og skræðir parykkin av hinum fyrsta lógmanni.)
Dómarin.
Havið virðing fyri rættinum! Steðgið! Eg havi hoyrt nóg mikið. (Lesur dómin.)
Við tað, at Jeppi á Fjallinum, sonur Nils á Fjallinum og sonarsonur Jeppa samastaðni, er prógvaður, eins væl av lógligum vitnum og av egnari viðganging, at hava sníkt seg inn á barónsins slott, latið seg í klæði hansara og farið illa við tænarum hansara, so verður hann dømdur at avlívast við eitri og, tá ið hann er deyður, kroppurin at verða upphongdur í ein gálga.
Jeppi (á knæ).
Áh, áh! náðigi dómari, er eingin pardón27?
Dómarin.
Nei, á ongan hátt. Dómurin skal í stundini verða útinnaður, meðan eg síggi tað.
Jeppi.
Gerið so væl og latið meg fáa eitt glas av brennivíni fyrst, áðrenn eg drekki eitur, so eg kann doyggja sum ein maður.
Dómarin.
Jú, tað kann verða honum loyvt.
Jeppi (tømir trý gløs av brennivíni, fellur á knæ aftur og spyr:)
Er eingin pardón?
Dómarin.
Nei, Jeppi, nú er tað longu ov seint.
Jeppi.
Áh nei, ikki er tað ov seint. Dómarin kann jú broyta dómin og siga, at tygum dømdu skeivt fyrstu ferð. Tað ber jú so ofta á, tí vit eru jú øll menniskju.
Dómarin.
Nei, tú fert sjálvur um eina løtu at kenna, at tað er ov seint. Tí tú hevur longu fingið eitur í brennivíninum.
Jeppi.
Áh, eg neyðar maður! Havi eg longu drukkið eitur? Áh, farvæl, Nilla! Tó, hatta bakbeistið, hon hevur ikki verið so móti mær, at eg eigi at siga henni farvæl. Farvæl, Janus, Nils og Kristoffir! Farvæl, Marta dóttirin! Farvæl, onkarbarnið! Teg veit eg meg at vera pápi at; tí tú vart gitin, áðrenn deknurin kom higar; tú hevur eisini andlitið á pápa tínum; vit líkjast hvør øðrum sum tveir vatnsdropar. Farvæl, mítt flekkuta ross, og takk fyri hvørja ferð, eg havi sitið á tær; næst míni egnu børn havi eg einki kríatúr elskað so sum teg. Farvæl, Fairfax, mín trúgvi hundur og duravaktari! Farvæl, Moens, mín svarti kattur! Farvæl, mínar kýr, mínir seyðir, míni svín! og takk fyri gott felagsskap og fyri hvønn dag, eg havi kent tykkum! Farvæl… Áh, nú kann eg ikki meira, eg verði so tungur og slekkur.
(Dettur og verður liggjandi.)
Dómarin.
Væl ber til. Sovudrykkurin er longu farin at virkja; nú svevur hann sum hítin. Heingið hann upp, men ansið, at hann einki mein fær, og at reipið bert liggur undir ørmunum. Nú fáa vit at síggja, hvussu hann fer at tíggja sær, tá ið hann vaknar og sær, at hann er hangandi.
(Teir bera hann út.)
Orðafrágreiðingar til IV. part
17 intention furandi = ætlanin at stjala
18 furtum = at stjala
19 Á donskum stendur sjálvandi her: Danskt
20 ætlan at vilja stjala
21 Hvør tann, ið á nátt brýtur seg inn í fremmant hús, skal roknast fyri tjóv ella náttarválari, og hesin hevur afturat viðgingið, altso.
22 Eg nokti høvuðssetningin, at hann yvirhøvur hevur brotið seg inn
23 Søkin er lætt at skilja, tá ið so mong vitni stíga fram og tann anklagaði afturat hevur viðgingið.
24 Hvør tann ið er vorðin tvingaður til at viðganga nakað við vald ella bangilsi
25 vald
26 bangilsi
27 náði
Fimti partur
ACTUS V.
Scen. 1.
Jeppi hangandi í einum gálga. Nilla. Síðani dómarin við fylgi.
Nilla (rívur sær í hári, slær seg fyri brjósti og rópar):
Áh, áh! er tað møguligt, at eg skal síggja hatta gódlívið til mann nú hanga so skammiliga í einum gálga! Áh, allarkærasti maður mín! Fyrigev mær, um eg havi verið tær vond. Áh, áh, nú vaknar samvitskan í mær, nú angri eg, men ov seint, so harðbólin eg havi verið móti tær; nú fyrstani sakni eg teg; nú veit eg á at skyna, hvat góðlív til mann eg havi mist. Áh, um eg kundi bjargað tær frá deyðanum við mínum egna lívi og blóði! (Hon turkar sær um eyguni og grætur bitturliga. Ímeðan hevur sovudrykkurin mist sína megi, og Jeppi vaknar aftur og sær seg hanga í einum gálga við hondunum bundnum aftur um bak, hoyrir konu sína gremja seg.)
Jeppi.
Sissa teg, kæra kona, vit skulu øll hesa leið. Far heim og ansa húsi tínum og hav umsorgan fyri børnum mínum. Hina reyðu troyggju mína kanst tú lata seyma um til Kristoffir lítla; tað, ið av loypur, skal Martha hava til húgvu. Ansa fram um alt, at ross mítt verður væl røkt; tí eg havi verið so góður við tað kríatúrið, sum kundi tað verið bróðir mín. Um eg ikki var deyður, hevði eg viljað sagt tær mangt annað.
Nilla.
Á… á… á…! Hvat er hatta? Hvat hoyri eg? Kann ein deyður tala?
Jeppi.
Ver ikki bangin, Nilla! eg skal einki ilt gera tær.
Nilla.
Men allarkærasti maður mín! Hvussu kanst tú tala, tá ið tú ert deyður?
Jeppi.
Eg veit ikki sjálvur, hvussu tað ber til. Men hoyr, góða kona mín, renn tað skjótasta tú ert ment, og ber mær fyri 8 skilling í brennivíni, tí eg tysti meira nú, enn tá ið eg var á lívi.
Nilla.
Fý, beistið hatta! tað skarn hatta er! Ein slíkur eitursprongdur fyllukíkur! Hevur tú ikki drukkið nóg mikið av brennivíni á livandi lívi! tystir títt býtta beist enn, nú tú ert deyður? Hatta rópi eg eitt fullkomið svín!
Jeppi.
Halt munnin til á tær, tað skarn tú ert! Og far í stundini eftir brennivíni. Um tú ikki gert tað, so skal eg, dekan fari meg, spøkja í húsinum hvørja nátt. Tú mást vita, at nú ræðist eg ikki longur meistar Eirik; tí nú kenni eg einki, um tú slært meg.
(Nilla rennur heim eftir meistar Eiriki, kemur aftur og bukar hann í gálganum.)
Jeppi.
Avv, avv, avv! Gev uppat, Nilla! gev uppat! tú kanst avlíva meg eina ferð enn avv, avv, avv!
Dómarin.
Hoyr, tú mást ikki sláa hann meira. Sissa teg nú. Vit vilja fyri tínar sakir fyrigeva manni tínum brot hansara og døma hann til lívs aftur.
Nilla.
Nei, góði harri! latið hann bert hanga; tí hann er ikki verdugur at lata liva.
Dómarin.
Fý! tú ert eitt skarnskvendi! pakka teg burtur, annars lata vit teg heingja undir liðina á honum.
(Nilla rennur burt.)
Scen. 2.
Jeppi. Rætturin.
(Jeppi verður niðurtikin úr aftur gálganum.)
Jeppi.
Áh, góði harri dómari! er tað vist, at eg eri heilt livandi aftur, ella spøki eg?
Dómarin.
Tú ert heilt livandi; tí tann rættur, ið kann døma frá lívinum, kann eisini døma til lívs aftur. Dugir tú ikki at fata tað?
Jeppi.
Nei, tað dugi eg pínadoyð ikki at fata; men eg má hugsa, at eg gangi aftur og spøki.
Dómarin.
Asj, býttlingur tín! tað er jú lætt at skilja. Hann, ið tekur ein lut av tær, kann jú geva tær hann aftur.
Jeppi.
Má eg so royna at heingja dómaran upp fyri sjálvur at vita, um eg eisini kann døma tygum til lívs aftur?
Dómarin.
Nei, tað batar ikki, tú ert eingin dómari.
Jeppi.
Mcn eri eg so livandi aftur?
Dómarin.
Ja, tú ert.
Jeppi.
So at eg spøki ikki?
Dómarin.
Áh, nei!
Jeppi.
Og gangi ikki aftur?
Dómarin.
Nei.
Jeppi.
At eg eri sami Jeppi á Fjallinum, sum eg var áður?
Dómarin.
Ja.
Jeppi.
At eg eri einki spøkilsi?
Dómarin.
Áh nei, nei.
Jeppi.
Vilja tygum svørja uppá, at tað er satt?
Dómarin.
Eg svørji uppá, at tú ert livandi.
Jeppi.
Biðið fjandan taka tygum, um tað ikki er satt.
Dómarin.
Áh - trúgv okkum, tá ið vit siga tað, og sig okkum takk, tí vit hava verið so náðigir at døma teg til lívs aftur.
Jeppi.
Um tygum ikki sjálvur høvdu hongt meg, vildi eg fegin havt takkað tygum, tí tygum loystu meg niður aftur.
Dómarin.
Gloym hatta nú, Jeppi, og sig okkum frá, tá ið kona tín bukar teg tíðari, so skulu vit altíð vita ráð fyri tí. Hygg, har hevur tú fýra ríkisdálar at stuttleika tær fyri, og gloym ikki at drekka okkara skál.
(Jeppi kyssir á hondina og takkar. - Rætturin fer.)
Scen. 3.
Jeppi einsamallur.
Jeppi.
Nú havi eg livað hálvthundrað ár, men í allari teirri tíð er ikki borist mær fyri so nógv sum í hesum tveimum døgunum. Hatta er nakað forbiðið tvætl, tá ið eg rætt hugsi um tað: eina løtu drukkin bóndi, eina aðra løtu barónur, eina aðra løtu aftur drukkin bóndi, so deyður, so livnaður aftur í einum gálga, og tað er tað merkiligasta. Kanska er tað so, at tá ið tey heingja livandi fólk, so doyr tað, og tá ið tey heingja deytt fólk, so livnar tað aftur. Eg haldi meg duga at fata, at eitt glas av brennivíni fer at koma væl við oman á alt hetta. Hey, Jákup skósmiður, kom uttar!
Scen. 4.
Jákup skósmiður. Jeppi.
Jákup.
Vælkomin aftur úr staðnum. Fekst tú sápu til konu tína?
Jeppi.
Høh, tín skarnskroppur; veitst tú, hvat fólk tú talar við? Húgvuna undir armin! Tú ert ikki uttan ein kanalja móti mær at rokna.
Jákup.
Eg toldi ikki sovorðin orð av einum øðrum enn tær, Jeppi. Men tú unnar húsi mínum ein dagligan skilling; tí taki eg tað ikki inn at mær.
Jeppi.
Húgvuna undir armin, sigi eg, skustari sum tú ert!
Jákup.
Hvat er tær borist fyri á vegnum, síðani tú ert vorðin so spanskur?
Jeppi.
Tú mást vita, at eg eri vorðin hongdur, síðani eg talaði við teg.
Jákup.
Tað var jú ikki sera fínt. Eg øvundi tær ikki tann heiður. Men, hoyr Jeppi! Har tú hevur drukkið øl títt, har kanst tú kasta tær av vatninum. Tú drekkur teg druknan aðra staðni, men kemur í mítt hús eittans fyri at gera illstøðu.
Jeppi.
Kvika tær, húgvuna undir armin, tín rukka! Hoyrir tú, sum tað ringlar mær í lummanum?
Jákup (við húgvuni undir arminum).
Dýradoyð! hvar hevur tú fingið allan handa peningin?
Jeppi.
Av mínum barónarí, Jákup. Eg skal siga tær, hvat ið mær er borist fyri; men lat meg fáa eitt glas av gomlum víni fyrst, tí eg eri ov góður til at drekka danskt.
Jákup.
Singott, Jeppi!
Jeppi.
Nú skal eg siga tær, hvat ið mær er borist fyri. Tá ið eg fór frá tær, sovnaði eg; tá ið eg aftur vaknaði, var eg barónur og drakk meg aftur druknan í karnailjusekki; tá ið eg var drukkin av karnailjusekki, vaknaði eg aftur á einum køstagarði; tá ið eg vaknaði á køstagarðinum, legði eg meg aftur at blunda, vónandi at sova meg til barón aftur; men eg fekk at vita, at ikki ber altíð til, tí kona mín vakti meg við meistar Eiriki og dró meg eftir hárinum uttan at hava minstu virðing fyri slíkum manni, sum eg hevði verið. Tá ið eg kom inn í stovuna, varð eg eftir høvdinum koyrdur út aftur og sá uttan um meg eina nøgd av gripomenussum28, ið dømdu meg at lata lívið og drópu meg við eitri. Tá ið eg var deyður, varð eg hongdur, og tá ið eg var hongdur, varð eg livandi aftur, og tá ið eg var livandi aftur, fekk eg fýra ríkisdálar. Soleiðis er søgan; men hvussu sovorðið kann bera til, tað vil eg lata teg hugsa um.
Jákup.
Ha, ha, ha! Hatta er ein dreymur, Jeppi.
Jeppi.
Um eg ikki enn hevði havt hinar fýra ríkisdálarnar, hevði eg eisini trúð, at tað var ein dreymur. Gev mær upp í aftur, Jákup! Eg vil ikki hugsa um handa ørvitisskapin longur, men drekka mær eina ærliga kenning.
Jákup.
Singott, hr. barónur! Ha, ha, ha!
Jeppi.
Tú dugir kanska ikki at fata tað, Jákup?
Jákup.
Nei, ikki um eg so stóð á høvdinum.
Jeppi.
Tí kann tað kortini vera satt, Jákup; tí tú ert ein býttlingur og skilir ikki tað, ið er lættari at fata.
Scen. 5.
Magnus. Jeppi. Jákup.
Magnus.
Ha, ha, ha! Nú skal eg siga tykkum eina søgu um ein mann, tey rópa Jeppi á Fjallinum, og sum teir hava funnið druknan og sovandi úti á bønum, latið hann í onnur klæði og lagt hann í hina bestu songina á harragarðinum og fingið hann at trúgva, at hann var barónurin, tá ið hann vaknaði; drukkið hann fullan av nýggjum og lagt hann í sínum gamla skitna búna aftur á ein køst, hvar hann so, tá ið hann aftur vaknaði, trúði seg at hava verið í Páradísi. Eg var um at doyggja í látri, tá ið eg hoyrdi ríðifútans fólk siga frá hasum. Eg vildi, dýradoyð, givið ein dála fyri at fingið at síggja tann býttlingin, ha, ha, ha!
Jeppi.
Hvat er at gjalda, Jákup?
Jákup.
Tólv skilling.
(Jeppi turkar sær um munnin og fer ógvuliga forteipaður.)
Magnus.
Hví fór hasin maðurin so hastiga?
Jákup.
Hatta er júst tann sami maður, sum teir hava narrað so illa.
Magnus.
Er tað møguligt? So má eg renna aftaná hann. - Hoyr, Jeppi! eitt orð! Hvussu er vorðið í hinari verðini?
Jeppi.
Lat meg í frið.
Magnus.
Hví steðgaði tú har ikki longur?
Jeppi.
Hvat rakar tað teg?
Magnus.
Nú, nú, Jeppi, eg eri so forvitin um ferðina.
Jeppi.
Lat meg í frið, sigi eg; annars skal eg so lemja teg sundur.
Magnus.
Nú, nú, Jeppi, eg eri so forvitin eftir at frætta nakað um tað.
Jeppi.
Jákup skósmiður! Hjálp! Tolir tú, at fólk ger seg inn at mær í tínum húsi?
Magnus.
Eg geri tær jú einki, Jeppi. Eg spyrji bert, hvat tú sást í hinari verðini.
Jeppi.
Hei! Hjálp! Hjálp!
Magnus.
Sást tú ongan av forfedrum mínum har?
Jeppi.
Nei, forfedrar tínir mega vera á einum øðrum staði, har eg vóni, at tú og aðrir skálkar koma, tá tit eru deyðir. (Skræðir seg leysan og rennur burtur.)
Scen. 6.
Barónurin. Skrivari hansara. Kamartænarin. Tveir lakeiir.
Barónurin.
Ha ha ha! Hatta var gull vert; eg hevði ikki trúð, tað fór at vera so gott burturúr. Kanst tú stuttleika mær so væl tíðari, Eirikur, skalt tú koma væl í øgn við meg.
Eirikur.
Nei, náðigi Harri. Eg torgi mær ikki tíðari at fara undir slík skálkabrøgd; tí um hann nú hevði sligið tygum, sum hann hóttaði við, so hevði verið ljótt burturúr.
Barónurin.
Ja, satt er tað. Eg eisini stúrdi fyri tí; men mær fell tað heila so væl, at eg heldur hevði latið hann sligið meg, ja, eg hugsi, eg heldur hevði latið hann hongt teg, Eirik, enn eg hevði spilt spælið. Tær hevði kanska hugað tað sama?
Eirikur.
Nei, náðigi harri! Tað hevði verið væl so løgið at lata seg heingja fyri stuttleika, tí tann stuttleiki er kortini nógv ov dýrur.
Barónurin.
Áh, Eirikur! Sovorðið ber jú á á hvørjum degi. Fólk forgera sær fyri stuttleika, um ikki á handa hátt, so á annan. Sum til dømis: Ein er veikur til lyndis og skilir gjølla, at hann vil missa lív og heilsu, tí hann drekkur ov nógv, bjóðar sær kortini meira enn hann tolir og setur ofta lív og heilsu í vága fyri eitt kvølds stuttleika. Enn á ein annan hátt: Stórvísirarnir í Turkínum verða ofta stranguleraðir ella kyrktir við einum reipi, summir sama dag sum teir verða vísirar, aðrir nakrar dagar eftir, og kortini er hvør fúsari enn annar, eins og bert fyri at verða hongdir við einum stórum titli. Enn á ein annan hátt: Annarhvør officerur letur fegin bæði lív og sál fyri at eitast djarvur og gongur av ongum í holmgongu við yvirmann sín, ið hann er vísur í vil vinna av honum. Eg hugsi eisini, at tað munnu vera í hundraðtali av forlibtum fólki, ið fyri at hava stuttleika eina nátt fegin vildu latið seg dripið á morgni. Ein sær, tá ið staðir eru kringsettir, at hermenn í hópatali flýggja og skunda sær til kringsettar staðir, ið teir frammanundan síggja brátt vilja fara at geva seg undir, og fyri at liva væl ein dag lata seg heingja tann næsta. Annað er ikki frægari enn annað. Ein hevur í gomlum døgum sæð sjálvt heimsspekingar koma sær í vanda bert fyri at verða róstir aftan á deyðan. Tí hugsi eg fullvæl, Eirikur, at tú heldur hevði latið teg heingja enn spilt hetta frálíka spælið.
(Til áskoðararnar:)
Av hesi søgu mugu, góðu børn, vit læra,
at ei hjá ørmum manni holl er brádlig æra;
tó eisini er vont at knúska niður hann,
sum sær við dygd og dáð almiklar sømdir vann.
Tá bøndur, hondverksmenn at veldispalli berast,
man veldisstavur brátt til homluband um gerast;
tá, fyri lóg og rætt, sjálvræðisknokk tú fært,
ið er, sum Nero var, og dømir býtt og hart.
Ei Cajus, Phalaris, ið nevndur var hin óndi,
sær átti størri vald enn hesin býtti bóndi –
hann hóttaði við Portugál og Spískastein, -
tá hann, eitt reivað barn, á veldispallin trein.
Vit tí ei stjórn og vald úr køsti okkum kjósa,
tí bónda høvir best at stetla millum fjósa.
Tí setti jarðartræll tú fyrst á stjórnarpall,
tú fyri vísan jall fekst býttan bóndakall.
Viðmerkingar til 5. part:
28 gamalt eyknevni til politistar.
Viðmerkingar
Í 10. LEIKRITI verður á síðunum 123-133 prentað tann grein um Ludvig Holberg, sum Rikard Long læt prenta í ”Varðanum” 15. bindi, 1935.
Har verður nevnt, at Holberg í 1722 skrivaði heilar fimm leikir til nýtt leikhús, sum hetta árið læt upp í Keypmannahavn. Ein teirra var ”Jeppi á Fjallinum”.
Hetta at gera gjøldur burtur úr einum fátækum bónda var ikki ókent í evropeiskum bókmentum. Týskarin Jakob Bidermann (1578-1639) hevði fyrst í 17. øld skrivað eina íspunna ferðaskaldsøgu, ”Utopia”, sum ikki skal blandast við skaldsøguna hjá bretanum Thomas More (1478-1535), ið nevnd var tað sama, og sum kom út í 1516. Bókin hjá Bidermann fór víða fyrst í avskriftum og varð so prentað í Dillingen í 1640.
Hildið verður, at Holberg hevur lisið hesa bókina, og sama verður sagt um pólska prestin Piotr Baryka, sum eisini hevur skrivað eitt leikrit um ein bónda, sum varð hildin fyri gjøldur.
Ein orsøk til, at hildið verður, at Holberg hevur kent nevndu bók, er, at hann nevnir Bidermann bæði í innganginum til “Moralske Tanker” og “Moralske Fabler”.
Norski granskarin Gunnar Sivertsen hevur skrivað doktararitgerð við høvuðsdenti á bók Bidermanns “Utopia”. Ritgerðin varð vard við lærda háskúlan í Oslo í 2006.
Leikurin um Jeppa verður fyrstu ferð framførdur her á landi á føstulávint í 1892. Tá var hann ikki týddur til føroyskt.
Í ”Føringatíðindum” nr. 3, mars 1892 stendur at lesa:
”Komedia (Jeppe på Bjærget) er spæld heimi á Sandi mánadagin fyri fastulavn. Spælið gekk frálíka væl, so at hettar var eitt stuttligt kvøld, fyrsta kvøldið, ið komedia er spæld í Sandoy. Inkomsturin av spælinum fer til eitt orgil í Sands kyrkju.”
Í grein, sum Julianna Joensen hevur skrivað, nevnd ”Ungmannafelagið Virkið 80 ár”, frættist eitt sindur meir um hesa framførslu:
”Fyrstu ferð sjónleikur var spældur í bygdini var í 1892. Tað var, meðan Jørgen Falk Rønne var prestur á Sandi. Hann og konan skipaðu fyri sjónleiki at fáa pening til eitt nýtt orgul í kirkjuna. Tað var leikurin ”Jeppe på Bjerget”, sum var spældur á donskum í skúlanum.” Kvørnin nr. 6, 2003, Sands Bygdarsavn.
Tá ið 200 ár vóru liðin, síðan leikurin var skrivaður, kom hann út á føroyskum. Rikard Long týddi, og Felagið Varðin gav út í 1922.
Í formælinum tekur Rikard Long soleiðis til:
Jeppi á Fjallinum, ið er tann fjórði av sjónleikum Ludvig Holbergs, var fyrstu ferð framførdur í Keypmannahavn í oktober 1722, og er sjónleikurin tí nú 200 ára gamalur. Kortini verður hann enn á hvørjum ári framførdur, ikki bert á tí kgl. sjónleikshúsi í Keypmannahavn, men víða um á øðrum sjónleikshúsum í Danmørk, og er eins væl umtóktur nú og á døgum Holbergs.
Tað kann ikki vera annað enn, at okkurt má kennast føroyskum lesandum ókunnugt og fremmant í einum slíkum sjónleiki, men sum heild tikið, vilja føroyskir lesandar kunna hava góða fragd av at lesa og kanska síggja framførdan henda frálíka sjónleik.
Á bls. 4 og 5 og eisini seinni stendur, at deknurin setur Jeppa horn og ger hann til hannrei; harvið meinast, at kona Jeppa er honum ótrúgv og er meira góð við deknin enn sømiligt er fyri eina gifta konu. Máliskan „at seta einum horn" er komin av tí, at tá ið tey tá á døgum geldu hanar fyri at fáa teir feitar, (gera teir til kapunir, sum tað kallast) vóru heglini skorin hanunum av fótum og sett teimum oman á høvdið, har tey gróðu føst og sótu eins og tvey horn.
Máliskan á bls. 48: ”intentio furandi er tað sama sum furlum”, kann á føroyskum umsetast til: tað at ætla at stjala er tað sama sum at hava stolið.
Viðvíkjandi teim 4 ørindum til áskoðararnar á bls. 63 er at siga: Tá á døgum var tað siður seinast í hvørjum sjónleiki at hava nøkur ørindi við álvarsomum innihaldi áskoðarunum til læru og til at leggja sær í geyma. Soleiðis er eisini altíð í sjónleikum Holbergs. Men meðan mangir av sjónleikum hans enn kennast eins dygdargóðir og stuttleikandi fyri okkum og fyri tey, ið livdu fyri 200 árum síðani, kennast hesi ”moral”-ørindi ofta okkum væl so turr og gamalslig og berandi fram hugsunarhættir, ið eru nútíðini fremmandir. Eins og útgangsørindini í „Hinum politiska kannustoypara" hevur Hans A. Djurhuus umsett hesi 4 ørindi á føroyskum máli, og má tað sigast at vera gjørt við hegni og nærlagni.
Havn, hin 28. septembir 1922.
Rikard Long.
Vit vita, at leikurin hevur verið spældur í Havn í 1931, í Gøtu í 1946 og Halldórsvík í 1970. Helst aðrastaðni við.
Í 1978 leikti GRÍMA leikin við gestaleikara í leiklutinum sum Jeppi. Tað var Einar Petersen, sáli, úr Sørvági.
Í sambandi við hesar framførslurnar kom út skrá, har ymiskt forvitnisligt er prentað. Helst er tað Eyðun Johannessen, sum setti leikin upp, ið hevur skrivað hetta brotið:
”Tá ið vit avgjørdu at fara undir Holberg-leikin Jeppi á Fjallinum var tað ikki tí, at vit høvdu nakrar heilt klárar og einfaldar grundir til at gera tað. Vit tóku undir við uppskotinum, tá ið tað kom, og ikki fyrr enn seinni hava vit meira gjølla hugsað um, hví vit gera tað. Og tað kunnu vera so mangar grundir. Summar kunnu vit bara benda til við spurnartekni aftaná, aðrar tykjast okkum heldur greiðari og einfaldari, og tær eru kanska ikki so rættar. Og so er tað ein grund, sum vit eru heilt vís í er røtt. Hon kemur seinast.
Tað kann vera, at vit vildu seta okkum sjálvum eitt áminnilsi, tí at vit í arbeiðnum higartil alla tíðina hava arbeitt á so ótryggari grund. Tað fyrsta árið, vit hava verið til sum leikbólkur, hava vit serliga lagt dent á nýtt, eksperimenterandi arbeiði, og nú vilja vit arbeiða við nøkrum, sum vit halda okkum vita, hvat er.
Tað eru sterkar traditiónir fyri Holberg-leikum í Føroyum, og Holberg er altíð væl umtóktur. Tað er hetta við at kenna seg aftur – kenna seg tryggan. Tað allarbesta, sum børnum dámar at hoyra um, er tað, sum tey hava hoyrt umaftur og umaftur. Tað man heldur ikki vera sørt av hesum hjá okkum vaksnu eisini – bæði hjá okkum, sum leika, og hjá teimum sum hyggja og lurta. Tað er gott at kenna seg aftur. Hetta halda vit vera eina týðandi grund. Og góða.
Og so láturin – skemtið – komedian. Dagsins álvarsmenn hava lyndi til at gloyma láturin og tað stuttliga – tað góða kætið. Og tað var eisini nakað av tí, sum Holberg gjørdi sínar samtíðarmenn varar við. Tí eru álvarsmenn í dag – ikki færri vóru tá. Og skemtið hjá Holberg er tað góða skemtið – tað sum samstundis stingur í hálsinum hjá tí hugsunarsama áhoyraranum. Men tað skal hesin ikki taka sær tykni av, lata bara láturin fara við sær, soleiðis sum hann er ætlaður.
Vit hava ein varhuga av, at ofta eru metingarnar her hjá okkum av Holberg og hansara leikum nakað eintáttaðar. Vit síggja hann gera gjøldur burtur úr fólki, ofta við góðari grund, tí fólkini eru láturlig. Men er ikki nakað annað afturat? Ger hann ikki gjøldur við øllum tí verandi – tí væl setta í samfelagnum? Víst er Erasmus Montanus tápuligur og láturverdur, men tað er eisini allari vísindaligari hugsan við universitetið, Holberg finst at. Maðurin noyddist sjálvur at undirvísa í øllum tí, hann helt vera býtt: hvussu nógv bein einglar høvdu o.t. Heldur ikki mundi Holberg hava tikið tann politiska kannustoyparan bara úr egnum brósti.
Helst hava tað verið ógvuliga nógvar politikarar, sum Holberg hevur havt í huganum, tá hann skrivaði tann leikin. Ella hvat við Jean de France – danin, sum valla kundi tosa eitt danskt orð eftir stutt skifti í Frankaríki? Holberg vanvirdi samtíðarmenn sínar, sum antin tosaðu latín ella týskt. Sítt egna mál háðaðu teir – Holberg skrivaði á tí, kanska sum tann fyrsti.
Fólk tóku í stórum tali undir við Holberg. Sum tann fyrsti danin – og einasti í øldir – vann hann sær almiklan pening av skrivingini. Summar bøkur hansara komu umaftur og umaftur. Tað kann bara vera tí, at fólk tóku undir við honum og lósu hann. Hann hevði nakað upp á hjartað, sum rakti beint.
Vit halda hetta og vóna, at onnur eisini hava henda varhugan av satiruni, sum ikki bara er vend móti tí eina býttlinginum. Hon er vend móti sjálvum býttleikanum – antin hann er at finna hjá høgum ella lágum.
Býttleikan kenna vit eisini hjá okkum. Politiskum kannustoyparum eru helst fleiri til av í tinghallunum á okkara døgum. Vit hava eisini onkran Jean de France, sum situr og tosar um at vera ”mindaður til team-work” ella kallar eina óskyldiga hønu fyri eitt ”fjerkre”. Hønan kann ikki gera við tað. Brennivínsbarnið Jeppi kemur meira enn so fyri, og halda vit tað kanska vera nakað lágt riðið at halda hann fyri gjøldur, so skulu vit minnast til, at vit liva í eini tíð, har tað ongantíð hava funnist so nógvir barónar, og har Jeppi ongantíð oftari enn tað sama er vaknaður í barónsseingini. Tað er bara at hyggja seg um. Per deknum fæst í hvussu so er ikki tølur á.
Hin vælsetti professarin og hin tungusnildi vísindamaðurin Holberg setti starv og mettu í vanda, tá hann setti sína privatu hugsan fram á palli. Og Per deknarnir løgdu eftir honum. Teimum skulu vit kortini ikki vera so bangin fyri, tí enn hevur tað ikki eydnast teimum at basa Holberg, og valla fara teir at megna tað. Sjálvt um teir eisini á okkara tíð gera sítt ítasta fyri at basa teimum, sum finnast at. Eingin er betri verja móti Per dekni enn meistarin sjálvur.
Hetta var so nakað um Holberg – minni um Jeppa. Vit hava sett nøkur spurnartekin eisini og enda so við miðalvarpingini:
So leingi sum vit framvegis kalla skilaloysi fyri skynsemi, so leingi er tað aktuelt at spæla Holberg!
Í somu skrá, sum nevnd er frammanfyri, finna vit týðing av einum broti, sum danski høvundurin Hans Scherfig (1905-1979) skrivaði í 1951, og sum hann nevnir ”Føðingardagsrøða fyri Ludvig Holberg.”
Í gjár helt Ludvig Holberg føðingardag. Fyri 267 árum síðani var hesin glógvandi vitugi maðurin borin í heim í einum fjarskotnum og tilafturskomnum parti av verðini, og hetta drúgva tíðarbil hevur tað ikki eydnast pedantunum og deknunum at basa honum.
Í eini tíð, har myrkrið aftur er um at síga samanum, kunnu vit aftur leita Holberg upp og har finna ugga og vísdóm og kæti. Í eini tíð, tá ið teir, sum ganga undan, aftur vilja forfjóna tað danska málið, kunnu vit aftur viðurkenna hann, sum bar fólksins mál fram til heiður og virðing, og halda fram við hansara stríði fyri móðurmálinum móti fremmandalifranini.
Hann skapti ”Den danske Skueplads”, meðan leikhúsið í Danmark var týskt. Og hann er tað, sum nú ber upp fyri, tá leikhúsið er við at gerast amerikanskt.
Tjóðskaparmaðurin Holberg kann minna okkum á, at vit eru ein tjóð við einum mentunararvi og ikki eitt hjáland hjá tí Amerika, sum sjálvt var hjáland á Holbergs døgum, og sum enn ikki er ein tjóð men – sum ein fransmaður hevur málborið seg – ein landafrøðilig og søgulig misskiljing.
Sama ár sum Holberg varð tann franski listamálarin Watteau føddur. Tað sýnir okkum fjarleikan millum Danmark og Evropa tá. Listin hjá Watteau er ein varin, sorgblíð lýsing av eini mentan, sum stásiliga fer í kav. Holberg er byrjanin, upphavið til danskar bókmentir. Hann hevur ongar fyrimyndir heima, onga heimliga traditión at byggja á. Hann noyðist at bróta fram úr nýggjum. Men hann segði ikki sín tjóðaruppruna frá sær, hann skrivaði føðilandssøgu á móðurmálinum, sum medvitin tjóðskaparsinnaður var hann errin av søguni og harmaðist um teir, sum hildu tað vera skomm at vera føddur í Danmark. Og hann vísti landsmonnum sínum á, hvussu vakurt móðurmálið var, og hvussu væl tað hóskaði at yrkja á.
Tjóðskaparmaður var hann, men vildi ikki steingja seg ella landið inni. Hann lærdi í teimum framkomnu londunum tá og bar altjóða mentanina aftur við sær heim til fólk sítt. Hann var samtíðarmaður við Petur tann Stóra og tosaði mælskur um sína virðing fyri tsarinum, sum harðliga førdi mentanina inn til land sítt hóast arga mótstøðu frá yvirstættini.
Hann metti tsarin høgt sum ein ríkisleiðari, sum ikki førdi kríggj fyri krígsins skyld soleiðis sum Karl hin Tólvti, men sum leitaði til mentunarmiðdeplarnar í Evropa, til Oxford og Amsterdam fyri at læra. Metti hann høgt sum hin eyðmjúka næmingin – kongssonin, sum tók við læru av hondverkarum og vanligum skilafólki.
Soleiðis sum tsarurin leitaði eisini Holberg út um landamark fyri at læra. Hesin visaligi og ússaligi maðurin fór til gongu gjøgnum alt Evropa. Hann var 19 ár, tá ið hann fór, og hevði 60 dálar við sær til ferðapening.
Hann búði í Hollandi, Onglandi og Frankaríki sum biddarastudentur, garðsangari og spælimaður. Hann fór til gongu úr Paris til Róm og aftur, til gongu gjøgnum Týskland og Holland. Hann sang fyri fólki, meðan hann las í Oxford, kókaði sær greytin á fýrstaðnum í sínum fátæka býli í Róm. Sigldi við skipum eftir áunum í Suðurfrankaríki, hann undirvísti í violinspæli og máli, hann disputeraði og las. Hann stóð fremstur í langari røð uttan fyri Mazarin-bókasavnið tíðliga um morgunin í Paris fyri at fáa fatur á og lesa tað ”filosofiska leksikon” hjá Pierre Bayles.
Tvey ár var hann í Oxford. Ongland var komið so langt tá, at tann borgarliga liberalisman var í koming, ídnaðarsamfelagið var á veg, og pressufrælsið var komið næstan eina øld undan tí fronsku kollveltingini. Tað var um hetta mundið, at kaffistovurnar og klubbarnir blómaðu, tey moraliserandi tíðarritini hjá Steele og Addison ”Spectator” og ”Tatler” breiddu tað lærda prátið út millum fólk, John Locke hevði orðað aðalkjarnar í tí liberalistisku áskoðanini: ”Skilið lærir okkum, at øll eru líka og sjálvstøðug, og at eingin skal gera seg inn á heilsu, frælsi og góða næstans.”
Heima í Danmark stýrdu gudfrøðingarnir vísindini. Heksir, djevlar og varúlvar vórðu álvarsliga tikin til viðgerðar av teimum lærdu á universitetunum. Einglanna anatomi varð umrødd út í æsir. Bæði teir lærdu pedantarnir, sum tosaðu og skrivaðu latín, og yvirstættin, sum tosaði týskt, vanvirdu tað danska málið. Og av tí at málið ikki varð brúkt í bókmentum ella yrking, stóð tað í stað.
Holberg, sum tosaði latín, franskt, enskt, týskt og hollendskt, skrivaði tað, sum Georg Brandes hevur kallað ta fyrstu lesandi yrkingina á donskum. Hann skapti bókmentir um søgu og jura á donskum. Við epistlum sínum var hann tann fyrsti journalisturin og essayisturin á donskum. Hann skapti ”Den danske Skueplads” og dramatiskar bókmentir, sum tvey hundrað ár seinni framvegis eru aktuellar og viðkomandi.
Holberg var ikki full 30 ár, tá ið hann gjørdist professari uttan løn. Hann var so fátækur, at eitt árið fekk hann 20 dálar úr fátækrakassanum við Trinitatis kirkju. Tá ið hann seinni fekk høvi til at gerast professari í metafysikk, mátti hann velja millum hungur og metafysikk. Fyri at fáa mat í munnin mátti hann læra frá sær eina læru, hann ikki sjálvur trúði á. Hetta flogvitið mátti læra dølskar studentar tað reina tvætl. Tá á døgum disputeraðu menn í fullum álvara, um tað mundi bera til hjá Gudi at lata seg endurføða sum ein frosk ella ein sopp. Menn kjakaðust, um Maria moy hevði havt eina jarðarmóðir at hjálpa sær, tá ið hon átti Jesus. Valla hevði hann klárað seg her, um hann ikki hevði speiskni, um hann ikki hevði havt sín sterka ans fyri stuttleikanum í hesum øllum.
Helst hevði tað stuttleikað honum, um hann visti, at pedantarnir á okkara døgum í fullum álvara kjakast um, antin hann var norskur ella danskur.
Hansara egnu orð høvdu helst hóskað væl her:
”Med slig Haardnakkethed sin Mening at forfægte.
At stride for en Ting, som var ey værd en Hægte.”
Meðan hann var professari í matafysikk, skrivaði Holberg ”Peder Paars”, ið er meira enn ein keipumynd av teimum donsku eftirlíkningunum av teimum klassisku hetjuyrkingunum. Tað er samfelagssatira, sum østi starvsbrøður hansara, og yvirskrivarin í tí danska kanselinum, Frederik Rostgaard, sendi kongi klagu og kravdi, at bókin varð bannað eftir grein 370 í lógini. Kongur vísti klaguni lítlan ans, men ráðið helt kortini, at bókin var betri óskrivað.
Tann lítla oyggin Anholt, har hendingarnar í bókini fara fram, er ein mynd av tí danska samfelagnum, har tey ríku ræna tey fátæku, har teir lærdu fávitskut stríðast um einki, har læknarnir taka lívið av fólki, og har dómararnir vóru so menniskjaligir, at teir ”fra forfulgte Folk kun Penge tog, ey Ære.”
Í hálvtannað ár var bókin tríggjar ferðir uppafturprentað. Slíkt var ongantíð hent við nakrari danskari bók áður. Hon gjørdist fólkalestur í eini tíð, tá borgaraskapið so smátt var farið at tráa eftir einari mentan.
Holberg arbeiddi skjótt og nógv. Tá ið hann í 1722 fór undir at skriva ”komediur”, gekk tað so skjótt, at hann skrivaði einar tjúgu í tvey ár. Tað var aftaná, at tað danska leikhúsið var upplatið í Keypmannahavn.
Hetta leikhúsið fekk ikki so langa livitíð. Í 1729 læt tað aftur, og tá ið Fríðrikur fjórði var deyður, bar ikki til at hugsa um sjónleik longur. Kristian fimti var so pietistiskur, at í hansara tíð bar bara til at yrkja sálmar. (Hetta er tíðin hjá okkara Brockmann, týðarin). Kongssystirin Charlotte Amalie fekk eitt sálmaverk í lag, sum ikki hevði færri enn 33.712 sálmar í 600 bindum. Fríðrikur Stóri segði einaferð, at undir Fríðriki fjórða royndi Danmark at taka Svøríki, og undir Kristiani sætta royndi Danmark at taka himmalin.
Leikur, spæl, komedia og dansur vóru revsiverdar syndir. Í 19 ár skrivaði Holberg bara vísindalig rit: Danmarkarsøgu, kirkjusøgu, hetjusøgurnar, Bergenslýsingina, týðingar o.a.t. Og nú skrivaði hann eisini ”Niels Klim” – á latíni.
”En Kiede af uafladeligt Arbeide” skrivar Holberg um lív sítt, og verk hansara er ein verð av skynsemi, kæti og vísdómi. Arbeiði hansara var eitt áhaldandi stríð móti tí býtta, tí smáliga og móti pátrúnni. Hann revsaði síni medmenniskju, tí honum dámdi tey, hann vakti tey úr svøvni, hann vildi teimum væl, honum dámdi at fáa fólk at flenna.
Vit í dag kunnu ikki gera hansara politisku meiningar til okkara. Men vit kunnu elska hann og leita til hansara og njóta hansara ljósa kæti, okkum kann dáma menniskju, sum hann gjørdi tað, og líta á tey hóast alt. (Brot)
Heimildir
Bókmentir
Bidermann, Jakob: ”Utopia”, 1640.
Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981.
Holberg, Ludvig: “Hin politiski kannustoypari.” Umsett hevur Rikard Long. Felagið Varðin. Havn í Føroyum 1922.
Holberg, Ludvig: “Den politiske Kandestøber”, 1722.
Holberg, Ludvig: ”Herman von Bremenfeldt”, sí Holberg, Ludvig: “Den politiske Kandestøber”, 1722.
Holberg, Ludvig: “Jeppe på bjerget”, 1722.
Holberg, Ludvig: “Jeppi á Fjallinum”, Rikard Long týddi. Felagið Varðin 1922.
Holberg, Ludvig: “Moralske Tanker”, 1744.
Holberg, Ludvig: “Moralske Fabler”, 1744.
Holberg, Ludvig: “Peder Paars”, 1719-20.
Isaksen, Kristin Holm: “Sjónleikur í Føroyum”. Varðin 5. bind, 1925.
Jeppi á Fjallinum. Leikskrá. Gríma 1978/79.
Joensen, Julianna: ”Ungmannafelagið Virkið 80 ár”, Kvørnin nr. 6, 2003.
Long, Rikard: “Ludvig Holberg23. desember 1684 — 28. januar 1754.” Varðin 15. bind, 1935.
Scherfig, Hans: ”Føðingardagsrøða fyri Ludvig Holberg.” Úr ”Jeppi á Fjallinum”, Leikskrá. Gríma 1978/79. Týðing eftir ”Fødselsdagstale for Ludvig Holberg,” í ”Den gloende drage over Roskilde”, Sirius, Risskov 1959.
Sivertsen, Gunnar: “Kilden til Jeppe paa Bierget”, doktararitgerð vard við lærda háskúlan í Oslo 15.12-2006.
Svabo, Jens Christian: “Indberetninger fra en Rejse i Færø 1781 og 1782”, Napoleon Djurhuus legði til rættis, 1959.
”Føringatíðindi” nr. 3, mars 1892.
Summary
Summary
“Jeppi á Fjallinum” (Mountain-Jeppe) - the figure of the play’s title - is a simple, bibulous farmer. His strict wife sends him on an errand into town. However, he is not able to pass the tavern, but has to go in for a drink that is quickly followed by several more. Finally, when the money is gone, Jeppi is thrown out of the tavern. Outside he falls into a deep sleep.
A lord and his attendants happen to come across the unconscious Jeppi. They decide to have some fun with the farmer, drag him off to the stately home of the lord, dress him up in the lord’s clothes and let him sleep it off in the lord’s bed. Naturally Jeppi on waking up does not know wheter he is in heaven or on earth. After he has been convinced by the lord’s attendants that he is in fact a true lord, he puts on airs and makes ridiculously unreasonable decisions. Fortunately it is easy to bring him back into a stupor from which he awakes the same old farmer.
Strangely burning is this quotation from the Danish author Hans Scherfig (1905-1979) written in 1951 on the occasion of Holberg’s 267th birthday: “In a time when those who lead the way once again are about to disregard the Danish language, we ought to go back to recognizing him (Holberg) who carried the people’s language forth in order to have it restored to favour, and take up and continue his fight for the mother tongue against the ingratiating behavior towards the foreign languages.”
Although these lines concerning the Danish language were written 60 years ago comparing a situation that goes back about 300 years, today the message is no less important to the Faroese people whose language is always in great danger.