Skip to main content

Best man vera sum er

R.C. Effersøe

Føroyskt fólkalívsbílæti úr 17. árhundraði

Leiktur fyrstu ferð í 1895

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

Tey leikandi

Lukas, prestur í Havn
Marin Sofía, kona hansara
Elsa, dóttir teirra

Klæmint, prestur í Sandoy
Kristina, dóttir hansara

Jákup Jógvansson, Dalsgarðs bóndi og sýslumaður

Ólavur Eiriksson, ein vestmenningur

Anna á Kák, klók kona
Inga, dóttir hennara

von Højvig, loytnantur á Skansanum í Havn
Gabbi, soldátur
Balsar, soldátur
Karl Hans, skrivari fútans

Nilla, húskallur hjá Lukasi

Peder Ulfsson, høvuðsmaður í Svøríki

Ebba, dóttir hansara

Ein tænari

1. partur:        Úti á Reyni
2.    -   Inni hjá Lukasi
3.    -   Hjá Onnu á Kák
4.    -   Hjá Lukasi
5.    -    Hjá Lukasi
6.    -   Yviri í Svøríki
7.    -    Yviri í Svøríki
8.    -   í Dalsgarði
9.    -   í Dalsgarði
10.  -   í Dalsgarði     

 

To top

Fyrsti Partur

Fer fram ímillum kirkjuna og prestagarðin.

Lukas og Lukasarkona.

Lukasarkona.
Mads Pedersen úr Nólsoy var her til at lata “hann sjálvan” vita, at hann er sjálvur fjórði við báti niðri við keypmansneystið og ætlar sær út um eina hálva økt, so at “hann sjálvur” kann koma við, um hann vil taka til takkar. Hann heldur, at veðrið brátt verður ringari.

Lukas (hyggur upp í loft).
Jeg tror, Mads Pedersen har ret i, at det tegner til at blive en meget ungestum vejr i morgen. Det var flinkt af ham at byde mig plads i båden, så at jeg kan komme over fjorden, medens det er stille og godt strømfald.

Lukasarkona.
Hann sigur, at báturin ikki er víðari fínur, tí hann var beint komin av útróðri, tá ið hann varð biðin at rógva inn við keypmansdóttrini, sum hevði verið úti í Nólsoy og ferðast.

Lukas.
Mads Pedersen må vel vide, at det skikker sig ilde for en Herrens tjener at være storagtig, og ikke vil jeg umage nolsinger til at hente mig med stor båd, ej heller nødes til at forsømme messen, hvis fjorden bliver for slem i morgen. Nej, jeg vil gøre mig til rede straks.

Lukasarkona.
Men er tað ikki ljótt, um “hann sjálvur” verður farin, um harra Klæmint og dóttir hansara skuldu komið í kvøld.

Lukas.
Nej. Hr. Clement vil nok tage til takke med den gæstfrihed, du kan yde ham. Jeg rejser, om Gud vil, med Mads Pedersen og det jo før jo heller. (Fer).

Lukasarkona (hyggur suðureftir).
Tað er løgið, at einki sæst til sandoyarprestin enn; tey máttu tó farið at komið í kvøld.

Nilla (kemur).
Hetta var løgið; eg kann ikki vita, hví fútin og skrivarin flenna so herviliga at teimum tíðindunum, eg havi at siga frá í dag.

Lukasarkona.
Lat meg hoyra, hvat tað er, tú hevur sagt teimum.

Nilla.
Eg kom fram við Skansagarði; tá stendur Søren Mortansson, loytnanturin, ið vera skal, í durunum og bríkslar og smílist við, tá ið hann fær eyga á meg. “Hevur tú frætt tíðindini úr Lamba?” sigur hann. “Nei, vassina,” sigi eg, “hvørji tíðindi eru haðani?” “Har er komin rekandi ein tunna við einum sjáldsomum dýrabarum víni, sum kallast urin,” sigur hann. “So, vassina,” sigi eg, “ja mangt er forborgið í natúrini, sum Lukas er vanur at siga; men sig mær eina ferð enn, hvussu hatta dýrabara vínslagið kallast?” Hetta spurdi eg, tí eg vil altíð hava góða greiðu á tí, eg hoyri. “Urin”, sigur hann so uppaftur. Nú eg komi heim undir Reyn, kemur fútin drívandi við hondum fyri aftan bak. “God dag,” sigur hann. “Góðan dag, vassina,” sigi eg. “Hvad nyt ved Nilla at fortælle i dag?” sigur hann. “Merkilig tíðindi úr Lamba,” sigi eg; “har er komin ein tunna rekandi við sjáldsomum dýrabarum víni. Loytnanturin sigur, at tað kallast urin.” Tá sló fútin upp ein skellilátur, soleiðis (apar seg eftir honum). Eg kann ikki á at skyna, hví hetta skuldi vera so óføra stuttligt. Stutt eftir møtti eg skrivaranum og segði honum hesa somu søguna. Hann tók seg við báðum hondum um vombina, sum hann mundi skrædnað av látri. Ikki kann eg vita, hví sovorðið flenningarlag er komið á teir í dag.

Lukasarkona.
Jú, tað skal eg so væl siga tær. Loytnanturin hevur logið sær hetta saman til at halda teg fyri spott. Hatta vínið, tú nevndi, er ikki hildið at vera so dýrabart, tí tað er sama slagið, sum føroyingar manna millum nevna land.

Balzar (kemur fram).

Nilla (í øði).
Eg veit ikki, hvat eg skal tilsiga. Hatta gongur so errið og kommanderar og.leggur dent uppá at halda skikkiligt fólk fyri spott. Lítið, haldi eg, tað er vert at vera erpin av hasum gyltu snórunum, jú, vassina: Loytnant von Højvig! tað skal láta stórt! Øll vita tó, at hann ikki er annað enn sonur Mortans í Hoyvík, sum hevur ligið sum eitt rekavætti í útlondunum, til hann kom dreivandi aftur higar til Havnar.

Balzar.
Varða teg, hvat tú sigur.

Nilla.
Væl tori eg at tala fyri tær, Balzar lýsikík. Slíkur kanst tú vera sum húsbóndi tín. Hvør man vera fyrr enn tit báðir til at rýma, tá ið ófriðarskip koma? Væl havi eg frætt, hvat Sørin Mortansson hevðist at í útlondunum. Sterkt vín og konufólk vóru honum kærast. Einari frá og aðrari hjá, soleiðis ljóðaði. Alt kríggið, hann sigur seg at hava verið í, var ongantíð til. Hann torir enn ikki at síggja blóð og hevur ikki havt annað við vápn at gera, enn at halda stáskorðuna blanka hjá einum av stórmonnunum í Keypmannahavn, sum hevði hann til njósnara og hjálpara við ymisligum náttarverki.

Balzar (fer skundisliga).

Lukasarkona.
Nú melur tú ov grovt. Eg kann so væl trúgva, at tað er lítið logið upp á loytnantin, men eingin má taka slíkt upp á tunguna, og eg stúri fyri, at tú fært eina vanlukku av hesum.

Nilla.
Líka leggi eg í. Sørin Mortansson má væl koma sjálvur. Eg tori siga honum alt beint upp í eyguni. Eg havi altíð trúð, at tað er, sum Lukas sigur, at hvíti djevul er verri enn tann svarti, men tað síggi eg nú, at hesin reyði djevulin, hann er reiðiliga fananum líkur.

Lukasarkona.
Lat nú hatta vera, sum tað kann, og royn tú at beina fyri fiskinum, tú veiddi í morgun, tú kanst ætla, arbeiðskonurnar hava ov mikið til at stákast við, nú gestir eru væntandi. (Hon fer suðureftir).

Nilla (hóttar vestureftir).
Onkuntíð vænti eg at koma tær afturumaftur fyri hasa víntunnuna.

Karl Hans (kemur inn, løgliga grínandi).
Hvat tíðindi veitst tú nú at siga frá?

Nilla.
Tað eru stór tíðindi, um tey ikki eru kend frammanundan.

Karl Hans.
Eg veit eingi stór tíðindi.

Nilla.
So, vassina. Tá veit eg nógv um ferðina, Lukas skal gera til kongs. Eg hoyrdi tað sjálvur, at hann segði í gjár, at tað var fyri at fáa bø allan vegin niðan undir Varða, og at kongur skuldi lata allar góðar fruktir dyrkast í tí nýggja bønum. Tað skuldi vaksa bæði ertur, bankabygg og alskyns góðgæti.

Karl Hans.
Nevndi hann ikki eisini tubbak og øl og mjøð?

Nilla.
Jú, vassina, tað ætli eg víst - og krút og salt, hugsi eg eisini, hann nevndi, og hálvpottakrúss.

Karl Hans.
Og skal hann ikki eisini fáa kong til at senda fólk upp til at læra okkum at brenna grót og smelta gull burtur úr fjøllunum og til at turka tonglar og gera teir til knívskefti og koyrlar, sum kongurin í Russlandi skal hava til at fleingja sítt undirpakk við?

Nilla.
Jú, vassina, hatta ætli eg víst, at hann segði nakað um tara og um kongin í Russlandi, men eg skilti ikki alt so væl.

Karl Hans.
Og skuldu teir ikki eisini brenna tarabløðini til at gera sápu av? - og dyrka hundaland til at selja til kongin í Frankaríki, sum skal hava tað til bót út í súpan; tí teir eiga ikki skerpikjøt har?

Nilla.
Nei, so býttur er Lukas ikki, at hann heldur, at tarabløð kunnu brennast og enn minni gerast til sápu. Og hundaland kann eingin kongur vilja eta, tá ið ikki annað fólk skoytir um tað, helst tá ið tað sigst at vera etandi hjá fólki alt tað, ið verður burturstoytt hjá kongi.

Karl Hans.
Hevur tú ikki skil á tí, at tá ið vit, sum grov eru, helst vilja eta tað, ið fínt er, so kann tað fína slagið hava hug til tað, ið grovt er, tí tað er mest forkunnugt?

Nilla.
Nei, nú vil eg ikki tala við tygum meir, tá ið tygum halda meg fyri spott. Hevði tað verið Lukas, hann kundi givið tygum svar, tí hann hevur bøkur um alt, sum til er. Summar eru við reyðum støvum í, tað havi eg sjálvur sætt, og tann, sum hann fær sín mesta vísdóm úr, hon er so gomul, at alt, sum stendur aftast í henni, er langt síðani burtur. (Hann fer; Karl Hans aftaná).

Gabbi og Balzar (koma dragandi við Nilla).
Nú verður tú lærdur fyri skarnskjaftin, tú brúkti í áðni.

Nilla.
Bíða tú! Eg hopi mær ta gleði onkuntíð at frætta, at tú ert komin á Spískastein, um tú ikki kemur á hann fyri lýsikíkin. (Hann stríðir alla tíðina ímóti).

von Højvig (sipar knæið upp í afturpartin á Nilla).
Vilt tú nú humma teg, elendigi bóndatampur!

Gabbi og Balzar (stríðast við at seta hann í gapistokkin).

Nilla (við Gabba).
Gabbi tú ert, og Gabbi tú verður, at tú skalt vilja hjálpa hasum rekavættinum, sum í fyrra árið setti teg til at ríða á træhestinum. O! onkuntíð kendi eg teg, Niklas á Bakka, so væl, at eg hevði tað álit á tær, at tú ikki fórt at geva teg til træl fyri 3 korntunnur og 15 gyllin í peningi um árið.

von Højvig.
Statt tú heldur og tig, at tú ikki skalt fáa tað, ið verri er.

Nilla.
Varða tú teg sjálvan, at tú ikki fært tað, ið verri er. Minst til, at Lukas er maður fyri at mana tær Skansan fullan av djevlum, um tú fert ov illa við tænara hansara.

von Højvig.
Lukas ræðist eg ikki, tó at tað er nakað í tí, ið fútin sigur, at Lukas hevði verið friðarmaður, men Marin Sofía spillir Lukas. Tað er kell- ingin, sum fær hann til at leggja seg út í mangt og hvat, sum elvir ófrið millum fólkið og yvirmenninar.

Nilla.
O, aldrin hevur Lukas verið spiltur av henni, tí betri kona hevur ikki sett fót á Føroya steinar, og hon er ov góð at verða tikin upp á skarnstungu tína.

von Højvig.
Statt og tig, ella skal eg lemja teg, um tú hevur aldrin so nógv kellingaskjúrt at fjálga teg við.

Nilla.
Hugsa ikki, at vit ræðast teg, Sørin ræðuskítur!

von Højvig.
Sigur tú ræðuskítur? fordømda bóndabeist! (Dregur úr slíðra). Heldur tú ikki tætt, skal eg hakka teg til plukkfisk. So hundert tausend düfvel dig annamme! Vilt tú, at eg skal skera nøs og oyru av tær?

Balzar (við von Højvig).
Har kemur Lukasarkona niðaneftir.

von Højvig (sissar seg).
Eg hirði ikki at klandrast við avdeyðakellingar; tí kunnu vit hava okkum av vegnum og lata hana gleða seg við einkarsonin har í gapistokkinum. Tví! – So! Trettet an! - Rechts herum! - Vorwärts! (Teir fara).

Nilla (gálvar aftan á teir).

Lukasarkona (kemur gangandi).
Eyeyameg! Hvat er tó hetta? Hvussu ert tú komin har at standa?

Nilla.
Tað er hasin reyði djevulin. Hasin njósnarin, Balzar, hevur smettað meg fyri honum, og so kom hann sjálvur triði og tók meg við voldum. Hann bæði sparkaði meg og knúskaði meg og beyð til at vilja skammskera meg við korðuni, sum eg hugsi hann hevði gjørt, hevði vælsignaða matmóðirin ikki komið.

Lukasarkona.
Nei, slíkt er tó út av allari leið. Tá ið teir, ið skuldu hjálpt til at halda frið, rætt og skil í staðnum, fara til at verða undangongumenn í ófriði og yvirvaldi, hvussu vorðin skal so endin verða. (Hon letur stokkin upp).

Karl Hans (er komin og hevur sætt alla tilgongdina).

Nilla.
Vælsignað verði tygara hond. Nú var eg illa heitin bæði av at standa so illa og av at hoyra handa skemdargestin, sum ikki smæðist at kalla vælsignaðu matmóður avdeyðakelling. Tað kundi borið á, at honum kom til at bila á tonnum, áðrenn tygum eru avdeyð.

Karl Hans.
Ja, pokkur í tað! Hon sjálv yngist upp aftur sum ørnin, og skomm fái hvør tann, sum sigur annað. Men sig mær, Nilla: hvør hevur verið her upp á spæl?

Nilla.
Hetta hevur reyði djevul gjørt við varðhundum sínum.

Lukasarkona.
Tig nú við hasum. Lat okkum fáa gjørt frá hondini, áðrenn gestirnir koma. Eg síggi stóran bát sigla beina kós norður móti Tinganesi, so eg má fara inn at vita, um heitt drekka er til reiðar til gestirnar.

Karl Hans.
Her man fara at koma meir útav. Eg sá, hin gamla var ikki blíð.

Elsa.
Góðan dag, monsieur Karl Hans.

Karl Hans.
Góðan dag, mín allarsøtasta dukka. Lat meg hava ta gleði at kyssa tína silkihond.

Elsa.
Lat ongan síggja! Minst til, at eg eri skjótt ikki smágenta longur. Sig mær heldur, hvussu fútin trívíst í dag.

Karl Hans.
Hann er sum eggið. Nær er hann øðrvísi hesa tíðina av degnum? - Har kemur gandakellingin raggandi.

Anna (kemur og biður)
Góðan dag!

Elsa.
Góðan dag, gamla Anna! Er tað satt, sum monsieur Karl Hans sigur, at tygum kunna gand?

Anna.
Tað ger einhvør, sum honum lystir, hvussu hann vil nevna tað; at eg kann meir enn at mata meg, tað er einki yvir at dylja. - Takið nú henda posan og vitið, um tit finna nøkur egg í honum.

Karl Hans og Elsa (skoða posan og sleingja hann niður í túnið).
Her er einki heilt egg, ið hvussu er.

Anna (tekur posan og telur 10 egg upp úr honum).
Her er eitt og her er annað . . . (gevur Elsu upp í svintuna).

Elsa.
Hygg, mamma! Anna gevur mær egg.

Lukasarkona.
Góðan dag, Anna! Góða takk fyri; tey koma væl við.

Anna.
Ja, tit kunna gera út á pannu alt fyri eitt; áðrenn pannukøkurnar eru lidnar, hava tit fingið 3 gestir.

Lukasarkona.
Hvørjir eru teir?

Anna.
Harra Klæmint og dóttirin eru á Tinganesgrynnuni, og løgmanssonurin er uppi á Kornmansmýru.

Elsa (fer).

Lukasarkona.
Væl má eg trúgva hesum, um tað slær so væl til, sum alt tað, eg fyrr havi hoyrt av tygara munni.

Karl Hans.
Hon man ivaleyst hava fingið boð um hetta við ravninum, sum situr og krunkar har yviri á Kákinum. Tey siga, at hann er fylgisveinur hennara hvørja jóansøkunátt, tá ið hon ríður suður um hav at vitja hin skortgráa.

Anna.
Monsieur skuldi ikki lagt í at reka spott á verjuleysar einkjur. Kann verða, at sólin ikki setir tvær reisur, áðrenn hann kemur í tað, hann fegin vil sleppa burturúraftur. (Hon fer).

Lukasarkona (við Karl Hans).
Nú man fara at vera ringt at varða seg. Tað sá eg á hini gomlu. - Monsieur Karl Hans hevði verið so góður at borið boð til fútan, at eg føri klagu upp á loytnant von Højvig, at hann hevur gjørt yvirvold upp á húskall mín og uttan lóg og dóm sett hann í gapistokkin. Hevði tað verið onkur minni maður, ið gjørdi slíka gerð, tá mundi hann nóg illa sloppið við at fara á Spískastein.

Karl Hans.
Boðini skal eg bera; men fútin er ikki tann maður, at hann fer at ganga von Højvig nær í hasum. Ein gorpurin pikkar ikki eyguni út av øðrum. (Fer).

Jákup Jógvansson (kemur og heilsar Lukasarkonu).
Móðir letur heilsa so flittuliga!

Lukasarkona.
Ver vælkomin, og Gud gevi móður tínari góða heilsu. Ætlar hon sær ikki at vitja okkum á hesum sumri?

Jákup.
Nei, ikki hugsar hon um tað; nú fara hennara spor at tyngjast.

Lukasarkona.
Anna á Kák helt seg vita eitt brúdleyp í. Um so verður, man hon tó fara at koma hendan vegin.

Jákup.
Einki man fara at verða í ár av tí brúdleypi, sum tygum hugsa um. Eg ætli at gera ferðarlag við Lukasi til útlondini, og hvussu vorðið verður, um eg komi aftur til várs, tað stendur í Harrans hond.

Hr. Klæmint (kemur og heilsar).

Karl Hans og Kristina (koma leiðandi).

Hr. Klæmint.
Monsieur Karl Hans er altid den galanteste kavaler. Man finder ham immer som damernes ridder.

Lukasarkona.
Harra Lukas er farin til Nólsoyar, so hann fær ikki tikið ímóti gestum sínum, men tit eru líka vælkomin fyri tað, um tit vilja gera okkum ta æru at trína inn. (Øll fara).

 

To top

Annar partur

Í stovuni hjá Lukasi.

 

Lukasarkona og dóttirin. Hr. Klæmint og dóttirin. Jákup.

Lukasarkona.
Er tað frætt til Sandoyar, hvør ið verður sýslumaður?

Klæmint.
Ja, efter hvad der siges, er den ny sysselmand ikke fjernt fra os. Han kan også, om han vil, blive bonde på Dalsgård, som er en af de allerbedste gårde i landet. Siden fattes ham blot en medhjælp til at være hos ham; og hende kan han også få, om han vil.

Lukasarkona.
Tað kundi borið á, at hon ikki er langt burturi.

Klæmint.
Ja, hvem ved?

Elsa.
Mamma! kann eg ikki fara við Kristinu út at vísa henni Brúna okkara?

Lukasarkona.
Farið í friði, men ikki út um grindina, tí tarvurin er ikki blíður.

Elsa.
Mær ger hann einki, og Kristina kann ríða á Brúna, so kann hann heldur einki gera henni.

Lukasarkona.
Ja, far tú, men kom tær í onga vanlukku. (Hon fer út aftan á tær).

Jákup.
Tori eg at útleggja tygara orð soleiðis, at eg kann vænta mær gott svar frá foreldrunum, um eg beri bønarorð til dóttur tygara? Tað kann tykjast, at eg kenni hana lítið; men tíðindi hava borist norð um fjørð, hvussu góð og tekkilig hon er, og eg havi leingi hugsað, at hon mundi vera verd at eiga. Nú, eg havi sæð hana, kenni eg fullvæl, at lukka mín verður lítil, um eg ikki kann vinna hana.

Klæmint.
Hun skal være eder vis nok, thi ikke kan vi byde hende en bedre forsørger; og gerne holder jeg hendes trolovelse i morgen den dag.

Jákup.
Fegin vildi eg havt bæði trúlovilsi og brúdleyp so skjótt, sum bjóðast kann. Tó má eg ikki hugsa fyrst og fremst um meg sjálvan. Mær liggur fyri at gera eina ferð til útlondini at tala við kong fyri faðir mín, og fyrr enn eg komi aftur, haldi eg tað ikki vera beint at gera nakað við tað, mær liggur mest á hjarta.

Klæmint.
I eders sted vilde jeg blive hjemme og arbejde på egen velfærd. Eders faders sag vil I dog ikke kunne gavne stort.

Jákup.
Antin eg so kann gera lítið ella einki gagn, skal tað tó roynast. Faðir og móðir eiga fyrsta rættin, og tað hopi eg til Harran, at hann ikki lagar mær ringari eydnu fyri tað, at eg hugsi fyrst um hetta, sum eg haldi vera tað beinasta.

Klæmint.
Skriften siger, at manden skal forlade fader og moder og holde sig til sin hustru.

Jákup.
Haldið mær til góðar, at eg sum ungur og ólærdur maður tori at hava teir tankar, at hetta passar ikki upp á meg, eftirsum eg enn ikki havi fingið nakra hústrú. Fyri uttan tey ørindi, eg havi faðirs míns vegna, liggur tað mær eisini á hjarta at kunna vera í ferðini við harra Lukasi, eftirsum hann vil finna kong upp á føroyinga besta, og hann fegin vil hava tveir føroyingar við sær.

Klæmint.
Hr. Lukas gør sig altfor megen bekymring og uro med mange ting for menigmands skyld. Øvrigheden i landet må vel beklage sig over, at han understøtter den uro og misfornøjelse i sindene, hvortil færinger ere altfor genegne.

Jákup.
Ikki kann tað við sonnum sigast, at føroyingar eru ófriðarkroppar, og tað, ið Lukas stuðlar fólkinum til, fer eingin skeivur av.

Lukasarkona (kemur inn).
Harra Klæmint man vera ferðamóður, so at náttverðin má setast tíðliga fram, so at vit kunnu sleppa til at leggja okkum í góðari tíð.

Klæmint.
Nej, træt er jeg ikke, og jeg vil helst benytte tiden, medens min kollega er borte, til at hilse på sorenskriveren, derfor vil jeg sige farvel så længe. (Hann fer).

Lukasarkona (tekur við báðum hondum um høgru á Jákupi).
Góða lukku ynski eg tær sum sýslumaður og Dalsgarðs bóndi og tvífalda lukku við tí gentuni, sum tær stendur hugur á. Kristina er ung og kann vera ólátað, men í sinni og hjartalagnum bregður hon í móðurættina, og tað er eitt slag, ið roynist væl. Nakað fegin verður móðir tín, tá ið hetta er komið í lag.

Jákup.
Lítið haldi eg alt hitt vera vert, kemur ikki hetta eina í lag; men tað kemur mær fyri, at hon hevur ikki sama sinnalag til mín, sum eg til hennara, og ring vilkor eru tað, um búgvið er almikið gott í aðrar mátar, tá ið hjúnini ikki eru samsint. Ið hvussu er, haldi eg tað ikki vera beint at knýta festnarband, tá ið ein hevur tað fyri, sum eg nú havi.

Lukasarkona.
Ger ikki ta vanlukku at drála við at fríggja. Trúgv mær: góð eru gomul ráð. Einki er betri enn at smíða jarnið, meðan hiti er í tí.

Jákup.
Er mær eydna lagað í hesum, tá haldi eg tað vera góða tíð til at hugsa um frígging, tá ið eg komi aftur.

Lukasarkona.
Tá ið tú kemur aftur! Hvat sigur tú, um tað tá er ov seint? - um hon tá hevur fingið ein annan?

Jákup.
Um so var, at hon fekk ein annan, sum betri var enn eg, tá hugsi eg, at eg unni henni so væl, at eg hevði sligið meg til tols og sagt við meg sjálvan: “Best man vera, sum er”.

Lukasarkona.
Men um hon hevði fingið eitt óargadýr - hevði tú tá gjørt beint í at drála?

Jákup.
Menniskjan sær so stutt fram í tíðina. Kann vera, at eg tá eisini átti at sagt: “Best man vera, sum er.”

Lukasarkona.
Eg havi altíð verið góð við móður tína, og eg má í aðrar mátar æra hennara hugsunarhátt, men hevur hon lært teg at skikka tær soleiðis, sum tú nú talar til, tá stúri eg fyri, at tú kemur stutt fram her í verðini. Ein má tó ikki hugsa minst um seg sjálvan.

Jákup.
Takk fyri ráðini. Eg sigi ikki tað, at eg ikki kundi viljað fylgt teimum so mikið, at eg læt hana vita mínar tankar, men meira haldi eg ikki vera beint at gera av. Eg havi altíð verið so sinnaður, at tað batar lítið at tala meg burtur frá tí, eg havi sett mær í høvdið. Eg eri, sum tey siga um slættu- bøku: “Her bata lítið føgur orð.”

Elsa (kemur turnandi inn).
Kristina hevur verið á Brúna allan vegin uttan av Fløtum.

Kristina
O, tað var so stuttligt! Brúni ber so lættliga, at tað er sum at sita í reiggibandi.

Lukasarkona.
Tit eru báðar tvær góðar flogsur.

Elsa.
Nú skal eg vera svinn.

Kristina.
Og eg við.

Jákup.
Sigið mær! Hvussu líður skipinum, vit skulu fara við? Eg fekk boð, at tað skuldi vera liðugt í vikuni innkomandi.

Lukasarkona.
Tað er verri tað, at tey vænta, tað verður liðugt fyrra partin í vikuni.

Elsa.
Eg skal biðja pápa lova mær við. Eg vil so fegin síggja kong og allar hóvmenninar, allar teir fínu riddararnar og stásiligu frýrnar, sum von Højvig hevur sagt mær frá.

Lukasarkona.
Slá tú hasa ferð úr tonkum, tí hon verður av ongum. Heldur ikki skalt tú taka upp á tunguna, hvat hasin yvirgangskroppurin sigur tær, og helst mást tú ikki nevna hatta navnið her inni.

Kristina (við Jákup)
Eg haldi eisini, at eg vildi fegin sloppið niður at sætt alt tað vakra, sum vit ikki síggja makan til í Føroyum. Er tað, sum tey siga, at tygum verða sandoyingur, tá ið tygum koma aftur, so vænti eg, at tygum koma og siga okkum tíðindi úr ferðini; pápi fæst ongantíð til at siga frá, hvussu fólk og land eru skikkað harúti í verðini. Hann sigur, at slíkt eiga gentur ikki at leggja nakað í.

Jákup.
Tað sindrið, sum eg kann fáa at síggja og hoyra, skal eg ikki spara at siga frá; men eg vænti, at bróðir tygara, sum gongur í svarta skúla, kemur aftur fyrr enn eg, og tann, ið lærdur er, veit altíð betur frá at siga enn ein ólærdur.

Kristina.
Ja, men tey siga, at teir, ið hava gingið í svarta skúla, dylja fyri fólki mesta partin av tí, teir vita.

Lukasarkona (reisist)
Hoyr, Elsa! kom við mær.

Elsa (og hon fara)

Jákup.
Mær stendur nú fyri ein long og vandafull ferð, og nær eg komi aftur, veit eg ikki, men tað vil eg siga tygum, at hvussu eydnan skipar mína framtíð, so komi eg aftur við sama sinnalagi, sum eg fari. Hvussu mínir tankar eru, man faðir tygara fara at siga, um honum tykir tað rætt.

Kristina.
Ikki kann eg vita, hvussu tygara tankar og sinnalag eru, og einki man eg vita, hvat tygum og pápi hava orðað saman. - Tygum gera meg reiðiliga forvitna.

Jákup.
Tað er lítið vert, at eg sigi nú, hvat mær er mest í huga. Ikki mundi tað verið so ringt hjá tygum at skyna á tí, um vit vóru samsint bæði.

Kristina.
Hví skulu vit vera samsint? ella hví skulu vit ikki vera samsint? Eg havi ikki skil á, hvat tygum hugsa, og eg kann ikki tola fólk, sum altíð bera upp gátur.

Elsa (kemur inn)
Hava tit hoyrt, at von Højvig hevði sagt fyri Nilla, at ein tunna var komin rekandi, og at tað var í henni eitt dýrabart vínslag, sum kallast urin. Hann trúði og segði tað fyri fútanum og skrivaranum. Tá ið Nilla fekk at vita, hvat tað var, hann hevði sagt, bleiv hann so argur, at hann kallaði von Højvig alt ilt, so at hann eisini bleiv illur og læt hann seta í gapistokkin. Mamma fekk at síggja tað, og nú er hon so spinnandi ill við von Højvig.

Lukasarkona (kemur og sigur við dóttrina)
Hugdi tú eftir, um faðir tín tók prestakjólan við; hevur hann ikki tað, so er Lukas spiltur.

Elsa.
Jú, hann hevði hann við sær.

Lukasarkona.
Ofta hava vit okkara stríð av honum, sum hann gongur og hugsar um allan sín lærdóm. Tá ið hann skal fara í, kann tað væl bera á, at hann fer í brøkurnar rangvørgar.

Elsa.
Hygg, hvar hann kemur!

Jákup (hevur reist seg; við Lukasarkonu)
Eg átti at farið yvir til dadduna og borið henni heilsu frá mammu. (Hann fer og hon aftaná)

Elsa.
Hygg, hvussu prúður og andbráður hann er! Heldur tú ikki, at hasin búnin er vakur?

Kristina
Jú, tað haldi eg, at hann hevur mansliga útsjón; netupp soleiðis havi eg tonkt mær til, at ein raskur krígsmaður mátti vera vorðin.

Elsa.
Og so er hann altíð so kurteisligur og blíður, og hann veit alt so væl og er so lagaligur í orðum og talu.

Kristina.
Eg meini, tú hevur reiðiligt yndi til hansara. Hann heilsaði eisini so blídliga til tín, so at tað kundi verið líkt til at komið væl útav.

Elsa.
Nú ert tú býtt! Hvussu kann hann leggja nakað í eina smágentu sum meg? Nei, sig so heldur, at hann heilsaði soleiðis, tí hann sá teg fyri vindeyganum; og tað skal eg siga tær, at eg havi ongantíð sæð hann heilsa so kurteisliga sum hesa ferðina. - Men sig mær: hevur tú hoyrt, hvussu tað bar til, at von Højvig kom til útlondini?

Tað var ein vakran dag, at hann sat uppi við Hólmasund á seiðabergi og hevði fingið ein hóp av vøkrum berggyltum. Tá kom Selatraðbóndin úr Havn, og hevði hann fingið nakað væl av Rostockarølinum frá keypmanninum. Bóndin vildi hava berggylturnar og læt ein peningaposa afturfyri, og har var nóg mikið í til at fara niður til Keypmannahavnar fyri.

Lukasarkona (kemur inn)
Nú hevur Kristina skjótt stigið síni seinastu gentuspor, tað vænti eg; og góðan mann fært tú víst, um tað verður, sum pápi tín ætlaði í áðni. Eg veit, at móður tínari eisini fer at dáma tað væl. Tað verður gott hús at koma inn í. Dalsgarður gevur nógv av sær, og tá ið maðurin so er sýslumaður aftrat, so kann konan sita fjálg innandura.

Kristina
Mamma leggur lítið í slíkt. Hon veit best sjálv, at ikki kemur alt gott út av ríkidømi. Tað er, sum tað sigst í vísuni, hon hevur lært meg.

Elsa
Latið okkum hoyra ta vísuna.

Kristina
Eg dugi so vánaliga at syngja, og tit munnu eisini hava hoyrt hana fyrr.

Lukasarkona
Ikki man tað vera. Mestur man móðir tín hava yrkt hana sjálv. Eg veit, hon hevur fingist við slíkt fyrr. Latið okkum bara hoyra. Málið eigur tú at hava nóg gott.

Kristina (syngur)

Mangar kvinnur, í huganum stirdar,
eiga ognir og búgva í borg;
teirra gávur í gler eru hirdar,
tí at hjartað tað tyngist av sorg;
      á hvørjum degi
      sakna tær gleði,
kenna ei kærleikans megi.

Meðan seyður kann kódna í fonnum,
meðan neyt leggjast avvelt í gil,
hvør ein kvinna fær eydnu av sonnum,
sum kann eiga tann sveinin, hon vil;
      dagur frá degi
      líður í gleði,
kærleikin hevur ta megi.

Um so búgvið alt oyðist av eldi,
og um skriðan við teigunum fer,
um so stormurin herskar við veldi,
tað ei hjúnunum skilnarsótt ber:
      á hvørjum degi
      eiga tey gleði,
styrkjast av kærleikans megi.

Lukasarkona
Takk fyri sangin. Eg vil ikki annað siga, enn at kærleikin kann vera góður, men breyð er tó eisini neyðugt, og tann genta má væl prísa lukkuni, ið fær slíkan mann sum Jákup; tí hann er bæði góður og vitugur og so prúður sum nakar. Gentur seta sær stundum býttligar tankar í høvdið og duga ikki á at skyna, at ofta býr fals undir fríðum skinni; tí er tað gott at hava foreldur, sum duga at ráða í tí, sum er meir enn barnaverk at ganga inn til.

Kristina
Eg sigi fyri meg, at eg haldi tað mátti verið beinari, um gentan, sum mannin skal hava, sleppur at velja sær hann sjálv. Tað batar lítið, um faðir og móðir velja ein mann eftir teirra tykki, og hann ikki kann hóska aftur at dóttrini, sum tó noyðist at liva saman við honum alla ævi sína.

Lukasarkona
Ja, ja, tað er enn, sum ofta hevur verið fyrr, at eggið vil læra hønuna. Eg síggi, tað batar ikki at siga nakað við teg. (Hon fer)

Elsa.
Nú var hon vreið; men hon verður brátt blíð aftur. Veitst tú, hvat vit skulu taka okkum fyri? Vit skulu fara yvir til Onnu á Kák, og so skal eg biðja hana spáa tær.

Kristina.
Eg kundi væl viljað farið við, men ikki vænti eg, at hon kann duga nakað til at spáa.

Elsa.
Tú skalt ikki ræðast hana; tí hon er altíð líka góð; men tað er ikki til at ivast í, at hon dugir at spáa og ganda. Hon kann grøða øll fólk, sum koma undir hennara hond. Um tey skera fingrar av sær, kann hon fáa teir til at grógva fast aftur. Eg sá sjálv í áðni, at hon gandaði egg burt úr einum posa, sum eingi egg vóru í frammanundan, og so visti hon eisini, at tú og faðir tín vóru í einum báti, sum kom norðureftir, og at Jákup Jógvansson kom oman ígjøgnum hagan, og hvussu skjótt tit skuldu koma higar.

Kristina.
Ja, kann hon alt hatta, so er ikki at ivast í, at hon er sterk í gandi.

 

To top

Triði partur

Roykstova hjá Onnu á Kák

Anna (situr og njórar eitt gamalt kvæði)

von Højvig (kemur inn)

Anna.
Tað man vita okkurt í, at so stórur maður kemur í so lítla smáttu.

von Højvig.
Ørindaleysur eri eg ikki. Ein góður vinmaður bað meg fáa sær eitt sindur av bjóri frá tygum, sum eingin annar í landinum dugir at gera.

Anna.
Hvat skal hann hava tað bjórið til?

von Højvig.
Hann hevur hug á einari gentu og heldur seg ikki kunna liva hana fyri uttan; men hon er so køld, at hann ongar vónir hevur um at fáa hana, helst sum foreldur hennara vilja lata hana ráða sær sjálvum. Nú bønar hann tygum at kóka sær ein elskhugsdrykk til at geva henni.

Anna.
Ikki skuldi hesin góði vinmaðurin verið Sørin Mortansson sjálvur, og ikki skuldi genta verið ein rík genta, sum hann ikki leggur meir í, enn at hann vil hava hana at greiða seg úr tí stóru skuld, hann hevur drigið upp á seg við óryggiligum lívi og ónyttufjanti. Nei, royn ikki at lúgva fyri mær. Eg síggi klárt nú. Tað var tann tíð, eg var blind, tá tú lokkaði dóttur mína og spilti ta bestu gleði, eg hevði í lívinum. Altíð havi eg biðið Harran varða meg fyri at hata nakað menniskja; men tað ráði eg ikki í, at um eg visti teg hava sitið átta dagar undir forbergi, ikki hugsi eg, at eg vildi latið ein drýlenda niður til tín; og tá skalt tú hugsa um at fáa meg til at hjálpa tær við tí djevulskapi, tú hevur fyri. Nei, hugsa aldrin tað!

von Højvig.
Verið tó ikki so ill við meg. Tað hevur so mangur góður krígsmaður fyri mær leikað við gentum, sum tað ikki kann hava sømt seg fyri hann at taka til ektar. Er Ingu komið nakað til skaða, so má tað ivaleyst vera líka nógv hennara skyld sum mín. Eg havi tó verið so góður við hana, at eg havi verið henni úti fyri einum góðum manni, sum er hennara líki, so at hon kundi sitið sum kona nú, hevði hon viljað.

Anna.
So ringa grund hevur dóttir mín tó ikki í sær, at hon skuldi viljað narrað ein rættiligan mann fyri tað, at hon sjálv er narrað. Annars veit eg ikki, hví hon ikki skuldi verið líka góð kona, sum tú ert maður. Fyrr hevur tað ikki verið siður í Føroyum, at dreingir hava fríggjað til gentur, sum teir halda seg vera ov góðar til at giftast við. Hevði tú sum ærligur maður sagt við dóttur mína: “Eg havi stuttleika av at fríggja til tín upp á tann útlendska mátan, men tú skalt ikki gera tær tankar um, at tað er álvara í tí,” tá mundi hon væl vita at varða seg. Tað ivist eg ikki í, at visti kongur atburð tín í hesum, tá læt hann brátt skræða hasar korkalitaðu geirarnar av tær, og ikki mundi tú leingi sloppið at verið høvuðsmaður á kongsins skansa. Nú veitst tú mínar tankar um teg, og bjóða so ikki til at koma aftur um mínar dyr, allarminst við slíkum ørindum sum í dag. (Hann fer)

Inga (inni í kovanum)
Ikki átti tú at verið so hørð við hann; eg veit, at hann er hjartagóður, og at hann ikki hevur viljað mær nakað ilt. Eingin kann vita, hvat vilkor hann hevur at stríðast við, sum hann ikki kann yvirvinna; og hartil má eisini hugsast um, at fleiri enn hann halda sum so, at dóttir Onnu á Kák er ikki nóg góð hjá einum ríkum bóndasoni og enn minni hjá kongsins høvuðsmanni.

Anna.
Tig og lat meg ikki forsyndast av tær. Havi eg ikki roynt at varða hvørt títt spor, síðani tú kundi at ganga, og havi eg ikki roynt at læra teg allan góðan kunnskap upp á tað, at tú kundi verða mær til gleði á mínum síðstu døgum, og nú kanst tú harma meg við at vilja bera í bøtuflaka fyri tí argasta skálki og búrtjóvi, ið hevur sett fót á Føroya steinar, og ringast av øllum, at tú kanst meta teg minni verda enn hann.

Jákup (kemur inn og heilsar)
Móðir letur heilsa so flittuliga.

Anna.
Gud gevi henni góða heilsu!

Jákup.
Hvussu trívist daddan?

Anna.
Sjálv hevði eg livað væl, var mær ikki komin so stórur harmur til handar. Tá ið eg fór seinast í Vágar, sat Inga eftir, blómandi sum ein rósa og fegin sum fuglur á ljósum degi. Men tá ið eg kom aftur, var rósan følin og bleik, og fuglaljóðið tagnað, og síðani er hon blivin alt tyngri og tyngri. Nú ger hon ikki annað enn kúrir og grætur bæði árla og síðla, so eg vænti ongan góðan enda.

Jákup.
Tað man fara at batna aftur. Hjartasár kunnu grøðast so væl sum onnur sár. Hevur ikki dadda sjálv sagt mær, at meistarin hevur sett eina urt til heilsubót fyri hvørja sótt, sum til er? Ikki eiga vit at ivast í, at hann eisini vísir tær á ta røttu urtina hesa ferð sum so ofta fyrr.

Anna.
Ja, takk skalt tú hava fyri tær vónir, tú roynir at geva mær. Eg veit tað væl, tú ert altíð fróur, og tað má ein væl vera, sum er ungur og treystur, men hvat skal sigast, um eitt neyðar konufólk, sum ongan góðan hevur á jarðarríki, letur mótið falla. - Lat nú hatta fara, og sig mær heldur, hvat nú er í gerð hjá tær.

Jákup.
Fyrst og fremst ætli eg mær til útlondini til at tala við kong fyri faðir mín og til at hjálpa Lukasi, sum eisini ætlar at finna kong upp á føroyinga besta.

Anna.
Og tá ið tú kemur aftur, fert tú ikki so at seta búgv og blíva sandoyingur við einari sandoyarkonu?

Jákup.
Har haldi eg meg hava líka ringar vónir, sum tú í áðni. Hvat skal koma útav, tá ið gentan, eg vil hava, ikki hevur hug til mín.

Anna.
Hav tú góðan hug! Gott er at eiga góða daddu. Eg man ikki vera minni køn enn Grimhild Júka á sinni til at blanda mjøð og vín. Her var nú fyri kortum ein stórur maður til at fáa sær elskhugsdrykk frá mær. Hevur daddusonurin slíkt fyri neyðini, tá skal her ikki tróta.

Jákup.
Um so var, at tú gav mær sovorðið gott slag - eg vildi ikki brúkt tað, ið hvat neyð á meg gekk. Kann eg ikki vinna mær vív, sum vil geva seg til mín av fríum vilja, at dára hana við gandi ella øðrum skammiligum listum, tað geri eg ikki.

Anna.
Hatta visti eg fullvæl, at tú vildi siga. Óvist, at eg ikki kann hjálpa tær einhvørsvegna við góðum ráðum, tá ið tann tíð kemur.

Jákup (reisist).
Far nú væl. Eg vitji inn aftur, áðrenn eg fari til skips.

Anna.
Far tú í friði. (Hon setist at kvøða)

Elsa og Kristina (koma inn; báðar biðja:)
Gott kvøld!

Elsa.
Vit koma higar at biðja tygum spáa okkum, um tygum vilja vera so góð.

Anna.
Lítið gott man vera í at vita tað, sum eigur at vera dult. Um eg kann vera meir framsýnt enn fólk flest, er tó tað, ið koma skal, kámt fyri mínum eygum.

Elsa.
Lukka fatti tygum, gerið tað fyri mína bøn. Tygum duga tað væl, tað veit eg. Tygum hava ikki fyri neyðini at siga mær tað ringa.

Anna.
Skal eg siga nakað, so vil eg ikki dylja tað ringa, eg kann síggja. Torir tú at rætta mær hondina, so kom, men angra tað ikki eftirsíðani.

Elsa (ivast, men rættir so høgru hond fram)

Anna (hyggur fyrst tigandi í lógvan).
Tú hevur nógv vinfólk og fær fleiri. Ein verður tú til at líta meir uppá enn øll onnur, men hann roynist illa. Lív títt verður mest alt sum vágin um vakrastu summarnætur, tó koma frek heglingsæl við hvørt. Tú fert at doyggja seint av elli, og slektin eftir tær verður treystlig og skal liva leingi í landinum. Har verða løgmenn, prestar, dugandi bøndur og smiðir og mangar merkiskvinnur uppímillum. - Nú síggi eg ikki meir, og tað kann vera, at eg ikki havi skilt alt rætt, sum er at síggja, tí eygu míni eru afturfarin nú í næstum.

Elsa.
Royn tú nú, Kristina.

Kristina (rættir hondina fram)

Anna (líkasum við seg sjálva)
Her er nógv av grefligum aldum, stórar áir, bjørg og bláar skorar. Henda eina áin rennur nógv undir heilum. Her koma tvær áir nær saman, so rennur onnur tvørt burturfrá, síðani nærkast tær aftur og renna leingi javnsíðis og so renna tær saman til eina og líða beina leið fram og skiljast ikki aftur. Hm-hm-hm! - Tær spái eg nógv ríkidømi og tunga sorg, tó javnar alt seg at endanum. Nú sigi eg ikki meir!

Elsa.
Eg visti tað altíð, at tygum vildu gera mær hesa bøn. Nú sigi eg takk fyri og góða nátt!

Kristina.
Takk fyri og góða nátt!

 

To top

Fjórði partur

Stovan hjá Lukasi. Elsa. Kristina. Lukasarkona. Nilla.

Elsa (við Nilla).
Tú mátti latið Kristinu hoyrt, hvussu fútin og Karl Hans hyggja eftir kongsgóðsinum.

Lukasarkona.
Kristina man vera móð og hevur heldur hug til at leggja seg, nú tað er so seint.

Kristina.
Nei, eg eri ikki móð; lat okkum bara hoyra!

Nilla (við Elsu).
Nú mást tú vera knæbóndi, so skal eg vera bæði fúti og Karl Hans. (Fer út; kemur fyrst inn sum Karl Hans og biður): Góðan dag! (Mutlar síðani). Hatta býtta, øra, fulla beistið, at gera sær ómak at ganga niðan hesa tungu brekku til at hyggja at hesum skarvabølinum; tað mátti væl verið hentari at sitið við frið í bátinum, so hevði hann ikki slitið so mikið uppá stivlahúðirnar. (Fer aftur um hurðina; kemur alt fyri eitt inn aftur við glaseygum - sum fúti). Mig tykkes, monsieur talte om mig... (Sum Karl Hans). Ak, deres velsignede velbårenhed, jeg sagde kun, at Hans Majestæt vilde blive meget glad, om han vidste, at hans tjeneste her oppe blev røgtet med så megen omhu og dygtighed. (Sum fútin). Lad os så få fæstebrevet at se. (Við Karl Hans). Hør sig mig, hvad hedder manden her? (Karl Hans). Zephanias Habakuksøn. (Við bóndan). Fá mær festibrævið!

Elsa (sum bóndi)
Kona, fá mær festibræviðl (Fær so Karl Hans eitt bræv, sum hann lesur).

Lukasarkona
Soleiðis er hetta slagið, sum okkum til syndastraff verða settir til fyristøðumenn. Vit mugu takka til, at teir, vit nú hava, ikki eru so ringir sum hina ferð á sinni, tá ið føroyingar slógu ein fúta kaldan og løgdu hann í salt og sendu hann so niður aftur hagar, sum hann var frákomin.

Klæmint (kemur inn og hevur hálva føru)
Den sorenskriver, han er en brav mand, en ganske fortræffelig mand. Vi har haft en glad aften sammen med monsieur Karl Hans og løjtnant von Højvig. Det er dog noget ganske andet end at leve dag ud og dag ind sammen med det bondekvæg på Sandø. Her får man oplivet de kære minder fra de glade studenterdage, hvor man tilbragte mangen glad aften til langt ud på natten med et slag kort under bægernes klang.

Lukasarkona.
Vist hevði tað verið betri, um studentarnir høvdu livað minni við bekarklang, enn teir flestu av teimum gera.

Klæmint.
Nei, gode værtinde! Vinen er skaberens herligste værk, som han viste os, da han forvandlede vand til vin. Vinen gør menneskenes hjerte let og sætter fart i tankerne, så at de flyve og svæve omkring som de dejligste fugle blandt palmernes grene. Nej, jeg synger endnu som i mine studenterdage med min lifligste røst:

O, ædle druesaft,
jeg har stor glæde haft,
når jeg dig nød.
Du kan oplive mig,
jeg vil lovprise dig,
sjunge så glædelig:
Ak, du est sød.

Ved dig min kærlighed
altid blev dobbelt hed,
siger jeg frit.
Ja, kære drue rød,
tit du mig hvile bød,
så udi Morfi skød
slumred jeg blidt.

Lukasarkona.
Nú er tíð at sova. (Vísir Nilla og Elsu dyrnar). Gestirnir mugu taka til takkar við hesum seingjunum. (Hon fer).

Klæmint (fer at lata seg úr kjólanum; síðani aftan fyri seingini).
Nu har jeg udset dig en fæstemand, du kan nok vide, hvem det er.

Kristina.
Hvussu skal eg kunna vita tað?

Klæmint
Hvem skulde det være uden vor tilkommende sysselmand?

Kristina
Eg vil ongan festarmann hava. Eg eri so ung enn, at tað kann vera góð tíð til tað.

Klæmint
Når jeg mener, det er tid, så må min datter føje sig derefter; der hjælper ingen modsigelse. (Hann leggur seg; sigur:) Ah! (og rýtur um eitt bil).

Kristina (við seg sjálva)
Set nú, at mamma heldur ikki vil halda við mær. (Suffar). Ja, so veit eg eingi ráð. Hví skulu foreldur eisini ráða fyri, hvønn døturnar skulu hava til mann. (Hon sløkkir ljósið og fer yvir til vindeygað og letur burturfrá, so at fullmánin lýsir bjart inn. Nú hoyrist harpusláttur. Hon letur upp, kagar út og letur so aftur).

von Højvig (fyri uttan).

Nú mánin lýsir bjart á vøll,
við skuggum gidda hús og fjøll;
ein stjørnuverð
útkomin er,
og sól helt av
í vesturhaví kav.
Nú ástin loysir mína røst;
hoyr, hvat ið bylgist í mítt bróst,
so fyri tær,
sum er so nær,
eg gevi ljóð, o genta góð
og fró.

Um sólarljósið prísast má,
og bjartar glógva stjørnur smá,
helst eru tvær
tó fyri mær,
sum lýsa bjartast, verma mest
og best;
tað eru tíni eygu tvá,
so djúp og rein, í blídni brá,
væl fyri tann,
teg eiga kann
og vinna fyri alt sítt lív
til vív.

Nú glett á glugga, slepp mær inn,
eg kína vil tín rósukinn;
um væl alt gekk
og lov eg fekk,
eg vildi fevnt teg og teg kyst
við lyst.
O, hoyr Kristina mína bøn,
tað verða skal tín takkarløn,
at tú við mær
og eg við tær,
vit flúgva burt í annan heim
við gleim.

Kristina (letur upp)
Lat endiliga ongan hoyra!

von Højvig (tekur og kyssir hana á hondina).

Kristina (bjóðar til at draga hondina at sær).

von Højvig (heldur fast).

Kristina.
Slepp mær, pápi vaknarl

von Højvig.
O nei! Eg hoyri væl, hvussu hann rýtur. Skrivarans drúusaft letur hann hava góðan svøvn.

Kristina.
Ja, men eg rópi, so at hann ella onkur annar vaknar!

von Højvig.
Nei, so hart hjarta hevur tú ikki. Eg vil bara siga tær, hvussu eg elski teg og havi elskað teg, síðani fyrstu ferð eg sá teg.

Kristina.
Um pápi ikki vaknar, so kann Nilla hoyra tað, hann hevur kamar sítt her tætt við, og hann er eitt ræðuligt slatrivætti.

von Højvig.
Tað liggur mær einki á, hvør ið hoyrir tað, um tú elskar meg helvtina so nógv, sum eg elski teg.

Kristina.
Tig, tig! Slepp mær bara; vit mugu sláa allan elskhug úr tonkunum. Pápi hevur fest meg til Jákup Jógvansson.

von Højvig.
Til Jákup Jógvansson! Hatta bóndaneytið, ið plagar at ganga hjá gandakellingini, sum hevur ta vøkru dóttrina. Nei, tað má ikki verða. Heldur má eg taka teg við makt, um faðir tín ikki vil lata meg fáa teg við góðum. (Hann tekur um miðjuna á henni og kyssir hana). (Eitt buldur hoyrist tætt við).

von Højvig (sleppur).

Kristina (letur aftur).

 

To top

Fimti partur

Stova hjá Lukasi.

Kristina (situr við hond upp undir kinn).

Karl Hans (kemur inn og heilsar - við tað at hon ikki letst um vón, heilsar hann aðru ferð líka djúpt - skimast so í hvørja vrá; setir stongil fyri dyrnar).

Kristina (hvøkkur við).
Hvat er tað, monsieur hevst at?

Karl Hans.
Eg hopi, mamsell Kristina heldur mær til góðar, um eg eri so drístigur; eg havi nógv uppá hjarta, sum eg so loyniliga vil opna meg fyri mamsell Kristinu anbelangandist.

Kristina.
Eg eiti ikki mamsell; men hava tygum nakað upp á hjarta, so lat meg hoyra, hvat tað er.

Karl Hans (fellur á knæ).
Mítt hjarta er so fult, at tað streymar yvir; men eg veit ikki, hvar eg skal begynna.

Kristina.
Lat okkum fáa av tí, ið ovast liggur, tað eigur at vera nakað lætt.

Karl Hans.
Mítt hjarta hevur í mong ár verið sum ein føst borg, sum ein harður klettur. Mangar gentur havi eg sæð, og mangar hava kastað blíð eygu til mín; men eingin hevur rørt meg, fyrr enn tygara eygu hava sett meg í brand og kveikt upp ein eld, sum einki kann sløkkja uttan tygara rósureyðu varrar.

Kristina.
Ikki trúgvi eg, at varrar mínar kunna duga til at sløkkja nakran eld.

Karl Hans.
Tygum vita ikki sjálv, hvat makt tygum hava. Eg veit, at tygara hjarta er so gott og reint, at tygum vildu ikki drála við at úttala tey orð, sum kundu troysta meg, um tygum vistu, hvussu vorðið er við mær, hvussu eg hvørki nátt ella dag kann fáa nakran frið, men má líða alskyns verk og pínu fyri tygara skyld. - O, rættið mær tó av miskunn tygara søtu sukurhond.

Kristina
Hvat gott kunna tygum hava av henni? Her er hon! (Tað tekur í hurðina - tey hvøkka við).

Lukasarkona (fyri uttan)
Hvat er hetta fyri ólag? Hvør hevur sett stongil fyri?

Karl Hans (er sprungin á føtur og veit ikki, hvar hann skal venda sær).

Lukasarkona.
Hvør er her inni?

Kristina.
Tað eri eg. Eg skal koma beinanvegin. (Við Karl Hans). Vit mugu ikki lata hana vita av, at tygum hava stongt okkum inni. Best er, at tygum fara inn í skápið. (Hann fer inn, og hon knarvar fyri uttan, ger minu, hvør skal siga: “statt nú!” letur av stongilin frá hurðini).

Lukasarkona.
Nú kemur Lukas aftur úr Nólsoy, og nú man faðir tín heldur ikki fara at vera leingi burtur.

Elsa (kemur við grímu).
Skulu vit ikki fara út at ríða eina løtu?

Kristina.
Jú, lat okkum tað! (Veittrar Elsu til sín og teskar við hana. - Báðar smílast).

Karl Hans (letur so smátt í skápinum).

Lukasarkona.
Fara tit út, so verðið ikki ov leingi burtur.

Elsa.
Eg trúgvi reiðiliga ikki, at tað er rætt fatt. Stundum haldi eg, tað spøkir undir seingini, og stundum ljóðar tað, sum tað skuldi verið í skápinum.

Nilla (kemur inn).
Nú kemur Lukas at landi, vassina! Tig! - Kors verði fyri mær! Her er ikki alt, sum tað eigur at vera, vassina. Tað er, sum Lukas sigur: “Mangt er forborgið í natúrini.”

Elsa (hevur knýtt endan av bandinum um skápsfótin).
Tað er tó ein troyst, at tú hevur ein húsbónda, sum kann meir enn at mata seg. Far og fá hann til at mana henda óreinskapin burtur.

Nilla.
Ja, vassina! Slíkt kann ein ongantíð verða ov tíðliga við. (Fer).

Elsa (kastar bragd um høvd og herðar í honum, so at hann, tá ið hann fer, tekur fótin undan skápinum, sum ríður yvir).

Karl Hans (heldur nógvan gang innan í skápinum).

Lukas
Jeg hører her er spøgeri og satans anfægtelse udi mit hus. Mon dette vel hører til den slags arkana eller hemmeligheder udi naturen, som kaldes spiritu eller spectris, eller er det faunos, satyres eller panes. Er der nogen af eder, som har fornummet gespenstet udi legemlig eller udvortes gestalt? -Ligesom Esaias taler om ziim, jim og ochim, når han bebuder Herrens straf over folket, da må mit hus være varagtigt, om dette skulle være forvarsel eller til advarsel for, hvad her på stedet af utilbørlige gerninger bedrives.

Nilla (fyri uttan)
Hann sjálvur skal trúgva, at her hevur verið nógv regerilsi; tá ið eg hugdi aftur um meg, sá eg eygu sum brandakol og hoyrdi stórt brak og kendi ein fúlan royk, sum eingin hevur hoyrt um, at undirjarðarfólk eru von at føra við sær.

Karl Hans (letur illa).

Lukas.
Mig sjunes, at dette ligner sig fast mere til det, som lærde philologi og theologi benævne avis dimmalis, hvilke pleje menneskene at sønderknuse med deres forskrækkelige tuden. Eller og at denne stue er besat udaf en legion djævle, hvilke derudi bekvemmeligen kunne have deres rum, efterdi lærde mænd have ganske klarligen i sine skrifter beviset, at et menneske kan huse en hel skok djævle af større og mindre gestalter, hvilket for matematici eller geometrici sjunes urimelig. Endog er der noget, som vore øjne efter deres essents ikke se og vor fornuft ikke begriber.

Karl Hans (brýtur nú upp ígjøgnum skápið og springur av durunum alt í einum við skjúrti um høvdið).

Lukas.
Denne spiritu eller åbenbaring vil være at eragte som en af dem, Hieronymus benævner incubos eller ficarios formedelst deres store utugtighedsskyld, hvilken denne haver skjulet under sit kvindelige hylster.

Elsa (við Kristinu).
Kom nú, lat okkum fara. (Heilsar pápanum og fer).
(Lukasarkona aftaná).

Lukas (við Klæmint, sum kemur inn).
Vær hilset, domine frater, og velkommen udi mit hus.

Klæmint.
Jeg takker for stor gæstfrihed, som i fuldeste mål er mig beviset af din høviske hustru.

Lukas.
Som Paulus os pålægger at formane hverandre, således finder jeg det at være min pligt at formane min broder på Sandø at tragte mindre efter de jordiske ting, men fast mere efter det, som er heroventil. Jeg har fornummet, at det skal være sket udi foråret udi en svar hungersnød, at menighedens hyrde har tilvendt sig en gylden jord fra en fattig mand med 8 børn og derfor ikke givet ham nogen vedergæld uden en vålgere, den fede part af boven på et får udi vindtørret skikkelse. Sådant finder jeg at være hjerteløst handlet af en hedning, endsige af en efterfølger af Herrens apostle.

Klæmint.
Til sådant kan man jo intet sige. En handel er en handel, og enhver er sig selv nærmest. Når jeg har lejlighed til at samle mig liggendefæ, som mit hjerte finder glæde udi, så spørger jeg ikke efter, hvad Paulus siger udi det kapitel. Den slags læresætninger kunne være gode til at holde den uvidende masse i ave med, men de vrages af oplyste mænd, som ikke lade sig hilde af overtroens bånd.

Lukas.
Dette kan næppe være en Herrens tjener, der taler sålunde. Fast mere trolig er det, at selve den lede Satan har påtaget sig min medtjeners skikkelse for at anfægte mig udi mit eget hus. Nej - slige ord kan ingen tale, som har annammet den sande lærdom anbelangendes det liv, som er efter dette, i hvilket vi må lide tusindfold straf for de syndige glæder, som vi have haft hernede af mammons tilbedelse.

Klæmint.
Mammon er netop den Gud, som jeg holder det værd at dyrke. Ved hans dyrkelse få vi dog det, vore hænder kunne fornemme og vore øjne fryde sig ved. Hvorimod den, der lever kummerligen hernede i håb om en gladere tilværelse hisset, visseligen fornemmer den herværende elendighed, men ved jordelivets ende glider udi det store intet, hvor der fornuftigvis ingen glæder kunne findes. Derfor er den alene viis, som nyder livet, således som hans sanser lede ham.

Lukas.
Ak, Herre, giv mig kraft at mane denne lede ånd fra mig!

Klæmint.
Kanst du være så forblindet og hildet i overtroens bånd og garn, at du tager en levende varmblodig skikkelse for en gejst, som dog ikke er andet, end hvad fantasien foregøgler enfoldige mennesker. Kanst du ikke anderledes komme til fornuft på, så vil jeg tiltale dig med latin. O, ignorantus pedanticus scolasticus, superstitiosus pro hibitandus les pes es dres.

Lukas.
O, diabolus in corpore pastoralis!

Klæmint.
O, sanctum simplicitum! O quantus nihil spiritisimum.

Nilla (í durunum).
Óreint slá hasum Sandoyar presti, hann kringur ikki er í latíninum.

Lukas.
O, confusionem monstrosem.  Nominativus, acussativus, genetivus, dativus, vocativus, ablativus, mixtum inconsideratum.

Nilla.
Eg hugsaði tað altíð; hasin gamli hjá okkum mundi tó ikki fara at vera við undirlutan.

Klæmint.
Fanden fare i dig med alt dit skolelatin. Sådant har jeg for længe siden lagt på hylden.

Lukas.
Hvor tør du, urene ånd, mane frem djævelens fyrste. Jeg maner dig i Herrens navn at fare ned i den afgrund, af hvilken du est opkommen. (Leggur hendur á hann).

Klæmint.
Du skal snart se, i hvilken afgrund jeg hører hjemme. (Hann tekur harðliga aftur í hin).

Nilla (uppí).
Bíða nú, vassina. Hann sjálvur man fara at liggja á, tá ið hesin gamli kemur upp í leikin.

Lukasarkona.
Ilskist ikki; um lærdir menn ikki kunnu sameinast, so eigur verturin tó ikki at gloyma, hvat hann skyldar gesti sínum, og seinast av øllum eigur hann at leggja hond á hann.

Lukas. 
Tak for denne nødtørftige påmindelse. Jeg haver visselig forsyndet mig, endog jeg måtte blive grum over de formastelige ord, jeg hørte.

Klæmint.
Forlad mig, hvad jeg haver talet, hvilke ord ikke burde komme over mine læber!

Lukasarkona. 
Nú hopi eg, at friður og semja má ráða okkum ímillum ta stokkutu stund, vit hava at vera saman. Skipið er klárt at sigla í morgin, og væntar skipið sær góðan byr.

Klæmint.
Hvi foretager du denne rejse?

Lukas.
Færingernes betrykkede tilstand er den største årsag til min rejse. Så haver jeg også udarbejdet et værk om Færøerne, betitlet Færoæ & Færoa Reserata, hvilket jeg med det samme ville have udgivet i trykken.

Klæmint.
Og så kan du på den samme rejse anmode majestæten om et fedt embede dernede eller og et tillæg af større gratialer for den byrdefulde bestilling som lærer for den studerende ungdom.

Lukas.
Nej, noget embede agter jeg ikke at søge dernede, og hvilken gratiale, det måtte behage majestæten at forunde mig, da skal det med tak annammes, endog at jeg ikke haver det behov, formedelst at jeg haver en duelig hustru og husmoder og ikkun et barn.

Jákup Jógvansson (kemur)

Lukas.
Nu hører jeg, at vi kan vente at sejle i morgen tidlig. Olaf Erikssøn af Vestmanhavn, som skal fare med os, er alt rede til at gå om bord.

Klæmint (við Jákup).
Jeg har alt talet med kongens foged, og han vil lade mig besørge, hvad som af forretninger hører sysselmandsembedet til, som jeg gerne vil fuldføre for min datters vordende husbonde, endog jeg mener, at du hellere skulle blive hjemme og agte din egen velfærd end foretage denne udenlandsrejse, som du visselig ingen vinding får udaf. (Við Lukas). Jeg haver nu min datter bortfæstet til denne unge mand, som hos dig står. Men når han nu i kongens sale ser skønnere og rigere kvinder, så glemmer han måske hende og bliver derude i kongens tjeneste.

Jákup.
Nei, soleiðis havi eg altíð verið sinnaður, at heldur vil eg lata lív enn svíkja mítt orð, og tað havi eg lovað, at Kristina skal verða mín hústrú ella eingin onnur, meðan hon er á lívi.

 

To top

Sætti partur

Salur í borgini hjá Peder Ulfsson.

I.

Ebba (syngur)

Säg, svane du snälla, flög du ei dit,
der stormarne råda och dimma?
Du lyftat vingen mjällande hvit
mot rodnande midnatssols strimma.
Säg, drar dig dit redet på enslig strand,
der vännen dig väntar i bjarmers land,
der du fröjdas på sjöarne blå
med din maka och ungarna små?

Peder Ulfsson (kemur inn)
Rätt nu kom hit in i hamnen ett af våra krigsskepp, som har tagit en dansk skuta med varor från Färöarne. Bland fangarne finns det en präst och två färöboar.

Ebba.
Det skall bli roligt att få se dem; äro de icke något slag af eskimor, som gå klädda i isbjörnsfeller och sälskinn?

Peder Ulfsson.
Nej bevars, det är de visst icke. De äro av samma folkslag som vi själva och gå klädda ungefär på samma vis som bönderna upp åt värmlandskanten, och så tala de ett språk, som jag begriper ganska väl.

Ebba.
Kan de också sjunga vakra visor?

Peder Ulfsson.
Inte vet jag det; men om de kan, då skall de nog få lov at sjunga för dig, om du vil vara snäll och icke fråga om allt möjligt, som jag icke har reda på. (Ein soldátur kemur inn við einum brævi, sum Peder Ulfsson tekur og lesur). Nu er kriget slutt for denna gången. (Við Ebbu). Då skall du få din önskan uppfyld snart nog. (Við soldátin). Hämta hit presten och de två andra fångarne från Färöarne.

Ebba
Kära far, du är bra snäll.

Peder Ulfsson
Ja, det vet jag väl, du lilla trollunge.

Lukas og føroyingarnir (koma inn).

Peder Ulfsson.
Jag fick just nu bref om, att kriget är slutt, så jag får lykönska kyrkoherden till snarlig befriande ur fångelset.

Lukas.
Vi må takke hr. høvedsmanden for den glædelige tidende, endog vi den lille stund, vi have været her i landet, ere behandlede mere som gode venner end som krigsfanger.

Peder Ulfsson.
Låtom oss dricka eder välkomst, hoppandes, att ni må finna det trefligt att vara i Sverige, så ni icke längtar fort, förr änn resan kan fortsättas til Köpenhamn. (Tekur hornið - smakkar sær á og flýggjar tað til Ebbu). Drick du också gästarne till.

Ebba.
Välkommen till Sverigel

Lukas, Jákup og Ólavur (drekka hvør eftir annan).

Peder Ulfsson.
Jag hoppar, att vi nu icke snarligen få krig med dansken igen. Det är altid ledsamt att vara osams med sina grannar, och än värre är det, når dessa grannar äro av samma släkt.

Lukas.
Jeg holder også for, at krig og ufred er lidet passende for kristne folkeslag. Jeg er tillige enig med hr. høvedsmanden i, at de nordiske folk heller burde forene sig for at modstå fremmedes angreb, da de jo have fælles tro og så at sige fælles tungemål, så at enhver udi sin sted med liden øvelse kan lære at forstå den andens tale.

Peder Ulfsson.
Ja, det är icke endast i kriget, vi skulle vara sams, men jag menar, att vi i stället for att låta tyske och hålländske krämare skjöfla all vinnung av handel, skeppsfart och fiske på de nordiske haf och hamnar, medan vi håller krig och spiller bort våra egna kräfter, då skulle vi drifva ut de djäflarne, som suga must och märg ur vår almoge. Varfor skulle vi icke själva förse oss med de behöfliga varor från utlandet, när våra fäder för många århundrader sedan ha seglat på alla haf enda från Grönland och Bjarmeland och in på Medelhafvet.

Lukas (stendur og nemur við talvfólk, sum stendur á einum talvborði).

Peder Ulfsson.
Har ni sådanna brickor på Färöarne?

Lukas.
Ja, dette spil bedrives meget udi Færø, og en del af beboerne er meget behændige til at udskære kunstfærdige figurer til dette spil. Min ven her, som er søn af lagmanden udi Færø, kan skære slige talvfolk, og vi have mangen gang leget talv sammen.

Ebba (við Jákup).
Det skall bli roligt att få leka med eder, så vi få se, om de svenska flickorna äro lika dugtiga som de på Färöarne, och så måste ni vara snäll och skära ut ett spill tafvelgubbar åt mig.

Peder Ulfsson.

Ni måste ursäkta min dotter, om hon er mera fri än unga flickor bruka vara. Hon har aldrig kännt sin mor, och hennes far har altjämt låtit henne få sin vilja: så nu har hon blifvit rätt en trollunge. Om ni vill vara snäll och sjunga någon Färö visa för min dotter, så kan kyrkoherden och jag leka en liten stund med tafvelbordet. (Teir seta seg at telva, Lukas og hann).

Ebba.
Låt oss få höra en vacker sång.

Jákup.
Vit kunnu kvøða ein, um hann júst ikki er so vakur. Vit hava yrkt hann í skipinum.

Føroya fjallið, fríar fløtur
goymir tú og grønar;
lyst og leikur langar løtur
lættum hugi lønar.
:,: Havið hugin helst man hækka :,:

glaðan upp frá grundum;
fegin fólk á foldum fjakka,
sjógvur skjálkar stundum.
:,: Bylgjur brúsa, bárur bróta :,:


gloypa reystum gørpum;
enn tó verður leiðin ljóta
søkt av sonum snørpum,
har sum faðir fórst í fari.

Hyggið at havið fríða:
bylgjur bláar tita har,
bráðar í brøgdum eru tær;
skjárligt ross at ríða
er Atlantsbylgjan fríða.

Ebba.
Det var en bra vacker sång. Sådanne får ni lof att sjunga rätt ofta; jag tror snart, jag skall kunna begripa varje ord.

Peder Ulfsson.
Hahaha! Jag tror väl, jag hade tappat, om icke kyrkoherden varit så oacktsam at låta mig döda sin drottning. - Kom nu, Ebba! Låt oss visa gästarne, var de skola vistas i natt.

 

To top

Sjeyndi partur

Í Svøríki.

Jákup. Ólavur. Lukas. Peder Ulfsson. Ebba.

Jákup.
Hetta var ein stuttlig ferð. Slíkar fossar vita tey einki um at siga í Føroyum. Tað er ringt at forstanda, hvaðani alt hetta vatnið kann koma frá.

Lukas.
Der er mange hemmelige kræfter udi naturen. Ligervis som havet strømmer ned i afgrunden ved den forfærdelige malestrøm, som er hos den klippe udi Færø, som benævnes Sumbø Munk, ligervis kan vandet igen af havet opstrømme gennem kilder, hvoraf nogle åbenbares på højene og andre muligens på bunden af indsøerne. Derfor vil jeg eragte det for muligt, al den stund vi udi kilderne synbarligen for vore øjne se vandet løbe op ad, da kunne man ved denne stærke strøm, som rinder herigennem staden, om man tilfulde kendte naturens hemmelige kræfter, få store skibe til at sejle ikke aleneste opad den ganske elv, men endog op over fosser ind på de store indsøer, der strækker sig tværs over landet.

Peder Ulfsson.
Sådant skulle vara af stor vikt för handelen på mitten av landet. Om jag visste, att kyrkoherden skulle kunna finna ut dessa naturens hemligheter, då skulle han alls icke få lov att resa hem, förränn detta er gjort.

Lukas.
Forvist monne ikke disse naturens hemmelige kræfter for mig blive åbenbarede.

Peder Ulfsson.
Jag tror också, det blir bäst vi forsökar våra kräfter på tafvelbordet änn en gång. (Lukas og hann setast).

Ebba.
Sjung nu en visa, så är ni snälla.

Jákup og Ólavur (kvøða).
Eg reið mær í bóndans garð.

Peder Ulfsson.
Sådan sång tycker jag mycket bättre om änn alla konstiga speleverk och den konstiga sång, som är så omtyckt i Tyskland och Velskland och de södra länderna, men nu börjar allt det gamla att förträngas ur norden. Den gamla mandom, hjältekraft och rättframhet förträngas; vekhet, tomt prål och gyckel tränger sig in på alla kanter. Hele samhällskicket håller på att stöpas om efter tyskarnes skick. Var finnas nu de fria bönder, som fordum trädde upp på tinget och talade djärva ord till kungarne. Nej, nu äro kungarne omgifne av smickrare och tanklösa pyntedockor, och bönderna ha lärt sig buga för herremännerna, som öfva självvåld och förackta all lag och rätt, så vida det icke går ut öfver deres egna rättigheter. Den skarpa gräns, som tvärt imot god gammel nordisk sädvanja drages mellan hög och låg, försvagar landet och hindrar helsosam utveckling.

Lukas.
Der nede på Falster, ved Stubbekøbing, hvor jeg er født, stod det meget slet til med bønderne. Herremændene holdt dem næsten som umælende trældyr, der skælvede under ridefogdens pisk. Mange herremænd vare ikke selv så slemme, men de så det ikke an for deres pligt at give agt på deres undergivne, som derfor ofte led ubeskrivelig uret under hjerteløse fogder.

Peder Ulfsson.
Fogdevälde känna vi också allt för mycket til här i Sverige. Värst var det i Erik av Pommerns tid. Jag har hört berättes, att min farfars far själf har varit ögonvitne till, att en foged i Vestergötland låt motsträviga böndar binda fast nakna på stenar uti en djup, brusande elv, der de måste tåla hungersdödens kval, medan deras anförvantar, utan att förmå att hjälpa dem, måste se vilda foglar picka köttet av deras ben.

Ólavur.
Slíkum harrum hava vit tí betri lítið vitað av í Føroyum, tó at tað stundum hava verið ringir embætismenn, og ikki hevur bóndanavnið verið mett javnt við hundsnavn, sum tað sigst at vera niðri í Danmørk. Eftir tí lítla eg havi frætt frá adilsmannsveldi í Føroyum, skal eg ikki rósa av. Kongur hevði sent ein av sínum bestu monnum við væl útgjørdum skipi til at taka ófriðarskip, sum herskaðu um landið. Tá var abbi mín óðalsbóndi í Vestmanna og átti mest alla bygdina. Fygling hevði verið fyri, og slótturin var begyntur, tá ið ófriðarskip kom inn á sundið. Alt fólkið fór til fjals at fjala seg uttan abbi og ein piltur, sum hann bað siga sær frá, um floksmenn komu á land. Síðan legði hann seg at sova við øksini við liðina. Tá ið pilturin sá bát leggja at landi fullan av alvápnaðum monnum, kom ræðsla á hann, so at hann streyk til fjals og læt bóndan sova. Ránsmenninir komu tá óvart yvir hann, bundu hann og tóku hann út á skipið til at siga sær leið oyggjanna millum. Sama dag kom kongsins skip og tók ránsmenninar. Abbi fekk skyld fyri at hava hjálpt teimum og varð óhoyrdur upphongdur á Stavanesi. Ogn hansara bleiv tikin; kongsins menn tóku triðing av, og kongur fekk tveir partarnar. Faðir mín, sum tá var ungur, fekk av náði Heygsgarð í festi og mátti verða uppsitari á tí jørð, hann var óðalsborin til. Soleiðis sýntist tað, at hesin danski adilsmaðurin ikki virdi meir um at avlíva Vestmanna bóndan enn vit at avlíva ein seyð.

Peder Ulfsson.
Nu får jag gå ut ett lidet tag och höra, om ni icke kan få en got lägenhet att segla till Köpenhamn. (Fer út).

Lukas.
Jeg tror også, jeg vil gå ud og gøre mig rede til afrejsen. (Hann fer).

Ebba (fer eisini út - hyggur blídliga at Jákupi).

Ólavur (við Jákup).
Tað er líkt til at koma væl útav millum Ebbu og teg.

Jákup.
Stúr ikki fyri tí! Eg havi eina aðra í huganum, sum eg ikki kann gloyma. Ebba er ein dámlig genta, og tó at vit ikki hava verið leingi kend, eri eg so góður við hana sum við mína egnu systur.

Ólavur.
Væl er, at tú ikki hevur gloymt, hvat ið løgmanskona, móðir tín, kvað, tá ið eg vitjaði tykkum um jólini. Tað var nakað soleiðis:

Varða teg, føroyingur! fyri títt lív
tú fá tær ikki flatlandsvív;
tí teimum tarvast treysti í beinum,
sum trívast skulu á Føroya steinum.
So harðlent er tað í Føroyum at bølast.

Ebba (kemur inn).
Låt mig få höra den visa, den måste vara bra treflig.

Jákup.
Hetta er lítið vert at hoyra; tað var um, hvussu ringt tað er at vera í Føroyum.

Ebba.
Nej fy, då! den visa vill jag icke höra. Jag är viss, att jag skulle trifvas bra nog der. Jag skulle tycka så bra om alle de höga fjällen och det vilda brusande hafvet, och jag er viss, att det finns många bra menniskor.

Tey somu. Peder Ulfsson.

Peder Ulfsson.
Här er kommit bud från skipparen Björn, att han är segelklar om en halv timma, då vinden är gynsam.

Jákup.
So er at skunda sær til skips. Eg sigi so hjartaliga takk fyri ta tíð, eg havi verið her og fyri alt tað góða, eg havi notið. (Heilsar Ebbu og síðani P. Ulfsson).

Ólavur (heilsar eisini).

Peder Ulfsson.
Jag skall följa gästarne med ned på bryggan.

(Ólavur og Jákup fara)
Peder Ulfsson.
Nu måsta lilla flickan icke vara ledsam. (Hann fer).

Ebba (setur seg stúrandi - fer so at syngja):

O, finge jag följa
på brusande bölja
min älskling i mödor och lust!
om tusentals faror sig hotande dölja
bland klippor på främlingens kust,
hur säll, hur säll jag då skulle sjunga;
ja, vart så ödets vågor mig slunga,
din bild bor i hjärtat än,
här ser jag dig aldrig igen,
bland änglarnes skaror jag skall möta min vän!

 

To top

Áttandi partur

Stovu í Dalsgarði.

Náttina eftir brúdleypið. Eitt borð stendur inni við silvurhorni og nógvum dýrgripum á.

Jákup. Kristina.

Jákup (vísir at borðinum).

Hasum øllum vil eg, at tú skalt ráða við, sum tær best tykir, antin tú vilt goyma ella lata av tí, skal eg vera óspurdur. Og her hevur tú lyklar til allar goymslur, bæði úti og inni. Ráð tú eisini við tí sum best. Koma vesælingar til garðs, so spar ikki at lata, men sig mær frá, áðrenn uppi er.

Kristina.
Lítið er mær um dýrgripir og enn minni um lyklar. Betri var tað, um maðurin, sum settur er til at herska, hevði í hondum alt, sum er. Hvat skulu vit ómyndugu kvinnur ráða yvir nøkrum, sum ikki sleppa at ráða yvir okkara egna tykki ella hjartalagi. (Horvir alt burtur frá honum).

Jákup.
Havi eg gjørt illa í tí, at eg tók teg til ektar, so fyrigev mær! Eg sá fullvæl, at tú var kaldari, enn vívið eigur at vera; men móðir tín og presturin, bróðir tín, góvu mær so góðar vónir um, at tað mundi fara at javna seg við tíðini. Sjálvur havi eg kent tað soleiðis á mær, sum tann tíðin ikki skuldi verið langt burtur, tá ið vit koma á samt, sum hjúnum sømir. Kann vera, at tað er tí, at maður lættari fæst til at trúgva tað, ið hugurin stundar eftir.

Kristina.
Ikki vænti eg, at tað verður øðrvísi okkara ímillum. Tað er ofta fyrihildið mær av frændum mínum, hvussu eg eri órímilig, ikki at takka til at fáa tað betri enn nøkur onnur kvinna í landinum; men tað er tó so, at eingin ræður fyri sínum tykki. Ikki eri eg so sinnað, at góðs og garðar eru mær alt, og ikki vænti eg at fáa meiri virðing fyri slíkum, enn eg havi havt.

Jákup.
Ikki vil eg hava teg til at festa títt hjarta við góðs og garðar; men tað vænti eg, at tú ikki av øllum gloymir burtur, hvat tú játtaði fyri altarinum í dag. Kunnu vit ikki vera reiðiliga samsint, so lat okkum tó ikki illsemjast, men liva sum vinfólk fyri fyrst. (Hann fevnir hana og bjóðar til at kyssa hana).

Kristina (snarar høvdið undan, so at hann kyssir hana á kinnin)
Skulu vit ikki koma at illsemjast, so er tað best, at hvørt fer sín vegin.

Jákup.
Eg veit, hvat veg eg eigi at ganga. (Fer).

Kristina (fer út at vindeyganum — setir hond upp undir kinn - suffar, kvøður so):

Faðir og móðir meg burt góvu
 - og mínir frændur fleir -;
tá kom sorgin í mítt bróst
og eingin gleði meir.
Litil er hugur her undir oki tunga at kúgast.

Hr. Klæmint (gongur aftur; hann syngur):

Guld og sølv var mig kære,
ja kærest her på jord.
Dynged jeg skatte svære
og frem med iver for,
aned jeg da ej jammer
i graven tavs og sort,
aned ej helvedflammer
bag dødens mørke port.

Kristina (stendur alla tíðina við hond undir kinn)

Jákup (kemur).
Hvat var hatta ljóðið, eg hoyrdi?

Kristina.
Hatta var ikki annað enn faðir mín, sum vitjaði aftur til gullið og silvurið hjá sær.

 

To top

Níggjundi partur

Í Dalsgarði.
Kristina. Inga
.

Inga (kemur inn)
Góðan dag! Eg veit ikki, um eg eri kend?

Kristina.
Hatta man vera Inga, mamma Mortans. Jákup segði, at hann hevði sent boð at biðja teg koma suður at ferðast og finna sonin.

Inga.
Jú, so er. Eg hitti Mortan úti í bønum. Hann er vorðið sum evnaligur at vera á trettanda ári. Nakað havi eg longst eftir honum, men hin gamla hevur ikki viljað sæð hann fyri sínum eygum, og sjálv havi eg ikki havt áræði til at koma suður um fjørðin, tí eg ræðist so av lagi illa á báti. - Eg kann ikki fulltakka tykkum, sum hava fostrað hann so væl upp og verið so góð við hann.

Kristina.
Tað man vera her, sum tað gamla orðatakið sigur: “Eingin stingur so annars mans barn í barm, at ikki føturnir standa út.” Jákup hevur alla tíðina verið góður við hann, sum hann er við øll, bæði innanhýsis og uttanhýsis, men eg var ikki góð við hann ta fyrstu tíðina, um hann ikki nú kann gremja seg illa um fótakulda. Tað var nógv fólkasnakk um, at løgmanskona tók teg til sín við soninum, og - Gud fyrigevi mær mína synd - eg trúði, hvat ið sagt varð: at Mortan mundi vera av hennara egna kjøti og blóði, og mín illgruni bleiv ikki betri av tí, at Jákup vildi hava hann higar. Tá ið hann vaks upp, fekk eg skilliga at síggja, hvørjum hann líktist; og tá vendist mítt sinni um, so eg kendi meg sjálva, hvussu ónærislig eg havi verið ímóti Jákupi, sum tó alla tíðina hevur borið meg uppi á hondum og verið so góður við meg, at eingin kundi verið betri, um tað so var við ta bestu kvinnu í verðini. Eg síggi, hvussu Jákup hevur verið forharmaður av mínum atburði, tó at hann hevur roynt ikki at latið tað sæst, men eg skammist at siga, hvat eg havi hugsað fyrr, og hvat eg hugsi nú, og so stúri eg fyri, at hann ikki nú kann vera so góður við meg, sum í tólv ár havi verið honum til sorg og harm; - at hann enn er blíður við meg, er helst tí, at hann ikki kann vera øðrvísi við nakað menniskja.

Inga.
Nei, hugsa ikki tað, at Jákup er minni góður við teg nú, enn hann hevur verið fyrr. Eg veit, hvussu trúfastur hann hevur verið við móður mína, sum var dadda hansara.

Kristina.
Hatta er hvørt sítt, móðir tín er góð við hann, hví skal hann tá ikki vera góður við hana? Men hygg nú við honum og mær: ”Ilt er at leggja ást við tann, ið onga leggur ímóti”. Tað sigst at vera ringari enn nøkur onnur plága ella sótt í verðini. Hvussu skal ein kunna vera góður við tann, ið hevur voldað honum slíka plágu í tólv líðilong ár?

Inga.
Ikki dugi eg at siga, hvussu tað ber til, men tað kenni eg við mær sjálvari, at soleiðis kann tað vera, og soleiðis er tað ivaleyst við honum; tí er tað best fyri hann at fáa alt at vita sum skjótast, og um tú ikki sjálv vil tala við hann um hetta, átti eg at sagt honum alt, tó at eingin eigur at leggja seg útí, hvat ið hjúnum er ímillum.

Kristina.
Nei, nei! tá má eg heldur siga honum tað sjálv! (Reisist). Nú má eg skammast, at eg havi sitið slíka tíð og hvørki bjóðað gestinum vátt ella turt.

Inga.
Eg havi verið so ring av sjóverki, at eg fái einki notið. Tað var so tungur sjógvur um fjørðin og so nógv brim, at tað var nóg ringt at lenda við farmabáti. Teir søgdu, at hann visti illveður í.

Kristina.
Vindurin hevur vaksið so knappliga, nú er tað sannur stormur, og brimið stendur longu upp í grasið. Eg stúri fyri Jákupi, sum fór til havs í morgun.

Inga.
Hav gott mót! Hann man skjótt fara at vera her; tað er jú undangonga inn úr havinum, og bátar sóust at sigla, tá ið eg fór niðan úr mølini.

Kristina.
Harrin forbjóði tað, at hann skuldi umkomist, áðrenn eg havi biðið hann fyrigeva mær mín atburð ímóti honum.

lnga (hevur hugt út).
Eg fari út eina løtu.

Mortan (kemur niðan ígjøgnum túnið).

Kristina.
Nei! far ikki frá mær! - Jú - hvat sigi eg? - far tú. - Eg havi tað væl forskylt! (Heldur hendurnar fyri eyguni).

Inga (møtir Jákupi í durunum, veittrar til hansara, smílist og fer).

Jákup (kemur inn - hyggur tigandi at Kristinu).

Kristina (hyggur upp - fer yvir til Jákup og fevnir hann).
Tað var væl, at tú komst! Tað er óforskylt, at eg havi fingið teg aftur, sum eg havi verið ónd við teg øll hesi árini.

Jákup.
Sig ikki tað, at tú hevur verið ónd. Um tað ikki hevur verið so væl, sum eg hevði ynskt tað, so má eg geva mær sjálvum skyldina. Eg kundi ikki annað vænta.

Kristina.
Jú, tú kundi væl vænta tað betri; men eg havi verið sum eitt trøll, ja, verri enn eitt trøll, so eg fái meg illa til at trúgva, at tú kanst vera so hjartaliga góður við meg, sum eg eri tað við teg.

Jákup, (tekur hana hjartaliga inn at sær).
So góður eri eg við teg enn, at eg ongantíð havi verið tað betri.

Inga (kemur inn).
Kann vera, at eg átti ikki at komið inn og gjørt fríggjarafólki ónáðir; men mær longdist eftir at ynskja tykkum til lukku. Eg eri so hjartans fegin at síggja tykkum soleiðis. Til lukku! til lukku!

Jákup.
Eg meini, tú sjálv ert blivin so blómandi, síðani eg var í Havn. Hvussu skikkar Sørin Mortansson sær, er hann komin aftur á føtur?

Inga.
Nú fer hann at kunna at stíga á føturnar.

Jákup (við Kristinu).
Eg havi ikki sagt tær frá tí, ið hendi seinast, eg var í Havn, at von Højvig var omandottin í Huldumansholuni og hevur brotið báðar leggir oman fyri øklar. Daddan var ógvuliga illa til vins við hann; men tá ið hann var komin í vanda, hjálpti hon honum og grøddi hann bæði skjótt og væl.

Inga.
Tað hugsi eg, vit kunna takka Jákupi fyri, at mamma tók hann til náðir.

Jákup.
Óvist ikki Inga hevur lagt eitt gott orð uppí, og óvist um ikki Inga fær takkarlønina fyri tað. Eg vænti, at tað fer at koma væl útav nú. Tíðin spekir vitið, og gudsbarnið batnar. Eitt slíkt nos kann taka nógva stoltheit og óargaligheit burtur úr kroppinum. Gongur alt væl, so bjóði eg tykkum higar til at halda jól komandi.

Kristina (hálsfevnir Jákup).
Tú ert frálíkur!

Jákup.
Ja, nú vænti eg, vit øll duga á at skyna, at best er, sum er.

 

To top

Tíggjundi partur

Brúdleypsborð í Dalsgarði.

Balzar.
Hetta var tó skaðiliga behendigt, at sýslumaðurin fekk hildið barnsøl hjá soninum og brúdleyp hjá daddusystrini ísenn. Nú vil eg seta tað ynski fram, at Páll, sum er doyptur í dag, má trívast væl, so at foreldrini fáa gleði av honum, aftur fyri at hava bíðað heili tólv ár eftir honum. - Og so vil eg ynskja, at Inga og maðurin mugu liva væl, og at gamla Anna ofta má sleppa til at vagga tilkomandi krígsmonnum.

von Højvig (fer fram til prest).
Nú drekki eg mína danimansskál! Gud gevi mær lukku og gott ár; mongum at geva og fáum at gjalda, at eg má stýra mínum ektaskapi her á jarðarríki, at eg mátti blíva eitt gudsbarn á hinum ýtasta dómadegi. (Leggur hálmaskifti fyri brúðrina).

Øll (drekka brúðgómsins skál).

Inga (fer til prest).
Nú drekki eg mína danikvinnuskál! Gud gevi mær lukku og gott ár; mongum at geva og fáum at gjalda, at eg má stýra mínum ektaskapi so her á jarðarríki, at eg mátti blíva eitt gudsbarn á hinum ýtasta dómadegi.

Balzar.
Líkasum brúðgómurin við at leggja hálmaskifti hevur lovað brúðrini helvtina av tí, hann eigur, og av tí, hann man koma til at eiga, so lovi eg upp á hennara vegna, at hon gevur brúðgóminum helvtina av tí, hon eigur og kann koma til at eiga.

von Højvig.
Tit, sum her sita, tit skulu vera mítt vitni, at mær tróta orð til at bera fram helvtina av tí, hjartað er fult av. Eg kann ikki fulltakka vermóður mínari fyri, at hon hevur grøtt og bøtt meg, tó at eg ikki hevði tað forskylt. Mest má eg tó takka henni fyri hesa dýru perluna, sum hjá mær situr, so hjartagóð, so tolin og so trúgv.

Inga (setur seg hjá brúðgóminum). (Grátur hoyrist).

Ólavur.
Nú tykist mær, at Páll fer at ótolnast. Hann sveingist, meðan vit mettast. (Við Kristinu). Lova mær at taka hann inn til at síggja gildið, um hann so ikki kann gera nakað við tað, ið framsett er. (Hann reisist, fer út og kemur aftur alt fyri eitt).

Kristina.
Íðan, tak hann; tó minst til, at vanvart er!

Jákup.
Ólavur fer væl við tí, hann fær í hendur, tað veit eg um at siga.

(Í kovanum hoyrist neyðaróp). Hjálp! So sanniliga fór hann mær ikki við barninum!

Ólavur (vísir barnið fram)

Hetta verður maður. Her skula tit síggja! Hann bjóðar ikki til at smæðast.

Kristina.
Nú man vera best, at eg fari aftur í kovan við honum. (Hon tekur barnið og fer).

Balzar.
Lat okkum minnast ein mann, sum vit øll hava kent, og sum vit høvdu viljað havt hjá okkum. Eg meini við okkara gamla prest, Lukas sála, sum hevur funnið kong upp á landsins besta og síðani kom aftur til at leggja síni bein á Føroya steinum. Vit mugu takka honum fyri ta góðu bók, hann hevur skrivað um Føroyar; tað eru ikki fleiri enn so, sum leggja í at skriva ella bekymra seg um okkum føroyingar.

Nilla.
Ja, mangan rennur mær týðan til Lukas sála, signað veri hansara sál, vassina! So mong árini eg tænti hjá honum, altíð var hann líka fryntligur og góður við gamla Nilla, og bert einans veit eg Lukas at hava verið tvørball. Tað var ein dagin, Niklas á Bakka, Gabbi vit kallaðu, var farin vestur í Vágar við kommandantinum, vassina; vetrardagur var, og ófýsisligt veðrið. So kemur Elsa, vassina, konan, út á Reynagarð í skýmingini og bønar henda gamla - altíð hava vit verið væl kend, vassina, - at gista hjá sær um náttina, tí hon troystaði sær so illa, neyðardýrið, at liggja einsamøll undir lonini. Sum vera man, fór eg ikki at nokta henni hesa bøn, og tá ið nátturðin var etin, fór eg at snáka mær eitt sindur, tí væl dámdi Elsu alt, ið nossligt var. Best sum eg eri liðugur við snáldrið og fari at sóknast mær eftir kembingaramboðum, kemur Lukas sáli innar í roykstovuna: ”Ej, ej, min tro,” sigur hann sjálvur og glómar við, ”hvad gør Nilla i kvæld?” sigur hann. ”Det er nyt, som sjældent sker, at Nilla toer sit åsjun,” sigur hann og so var: Heldur sjáldsamt, vassina! ”Hann sjálvur,” sigi eg, ”Elsa, grannakonan, liggur einsamøll undir lonini, og nú hevur hon biðið henda gamla sovið hjá sær í nátt”, sigi eg. ”Tað er einans tí, vassina, eg fór at hampa meg eitt sindur,” sigi eg. Men skamm í tað, hann sjálvur bleiv gruggutur. ”Nei, nei, min gode Nilla, det passer sig ingenlunde,” sigur hann so bítskur, at eg varð illa við. ”Du vedst vel, hvad skrevet står i katekismibog,” sigur hann, og líka tramin minnist eg nú alt tað, hann sjálvur reksaði upp fyri mær, men tað veit eg, at ikki svav eg hjá Elsu ta náttina. (Øll læa).

Jákup.
Lat okkum so fáa drunnin í gongd. (Drunnurin gongur).

Jákup.
Nú fer at vera nokk við hasum. Latið okkum nú syngja ein sálm fyri brúðarparinum.

Øll (syngja).

Hjá teimum stuttligt at fylgjast er,
sum fegin vilja í fylgju vera,
tá tvífalt frøi hvør gleði ber,
og helvtarmunur er sorg at bera.
Ja, tað er gaman
:,: at ferðast saman, :,:
um ástarglæman
í fylgju er.

So hugnaligt altíð er tað búgv,
hvar stór og smá draga eina línu,
og hústrú lyftir við manni trúgv,
og maður lyftir við hústrú síni.
Ja, best er gaman
:,: at eiga saman, :,:
tá felagsframan
er hjartamál!

Væl Harrin hjúnunum eydnu gav,
sum honum tekk sína veitslu búgva,
á hvørji løtu at vita av, -
tó æviskeiðin er ymist snúgvað -,
at tað er gaman
:,: at byggja saman, :,:
um ástarglæman
í fylgju er.

(R. C. Effersøe og Jóannes Patursson hava yrkt).

Jákup.
Áðrenn vit fara frá borðinum, vil eg takka øllum, sum her eru til steðar, og sum eg nú vænti øll vilja siga við mær, sum eg eri vanur at siga:

”Best man vera, sum er.”

 

To top

Viðmerkingar

Fyrstu ferð, ið frættist um henda leikin, er í ”Føringatíðindum” nr. 4, 21. februar 1895, har ið henda lýsing stendur prentað:

Föroysk komedia

Fastlavns sunnudag og mánadag ætlast at spæla:

Best mann vera sum er.

Föroyskt lívsbílæti frá seinra partinum av 17. árhundranum

Greinligari frættist av uppfestum lýsingum

Vit vita eisini, at leikurin varð tikin upp aftur um ólavsøkumundið sama árið. Hetta frættist í hesum stubba í ”Føringatíðindum” nr. 14, 18. juli 1895:

Best mann vera sum er” er navnið á einari föroyskari Komediu, sum er sett saman um Lukas Debes, Sandoyarprestin Hr. Clæmint, lögmanssonin og Dalsgarðsbóndan Jákup Jógvansson og hin viðgitna fútaskrivarin Carl Hans. Hendan komedia varð spæld í vetur og verður uppaftur spæld á Ólavsøku. Vinningurin av spælinum verður givin einum fátækum dreingi, sum hevur ligið á songini í nærum hálvtannað ár við ringum svullum.”

Umframt í 1895 varð leikurin aftur leiktur í Havn í 1927. Vit vita, at hann hevur verið leiktur tvær ferðir í Klaksvík, veturin 1922/23 og í 1942, í Gøtu eisini tvær ferðir, eina ferð seinast í 1920-unum og so aftur í 1940. Leikurin varð spældur í Kollafirði í 1964 og er møguliga spældur aðrastaðni við.

Ið hvussu so er tvær lýsingar eru av fyrstu framførsluni í Havn í 1895.

Í ”Jólum uttanlendis” 1944 skrivar Maria Mikkelsen (1877-1956) grein um Rasmus C. Effersøe. Har greiðir hon m.a. soleiðis frá:

 

“Har varð spældur onkur føroyskur sjónleikur, og Christian Ludvig hevði havt meg til at skriva út partarnar - og tað kom at føra í fjúrtanáraaldrinum inn á kontórið hjá »Gamla Müllari" og á Rasmusar leið.

“Tað føriska,” sum røslan varð kallað manna millum, rein við, og kom tað til sjóndar í tíð - eisini í ótíð. Eitt kvøld kom eg á gátt í Dávastovu, hvar ein kona - syndarliga, helt eg - segði frá, at hon hevði hoyrt Suðuroyarprest (Fredrik Petersen) tala í avhaldshúsinum – “og so talaði hann upp á føroyskt”. “Íðan - forstóðu tygum hann ikki?” legði eg braneggjað uppí. – “Hoyr hatta! skuldi eg ikki skilt tey góðu orð, hann segði - eg nevndi tað bert, tí vit aldri eru von at hoyra nakað kristiligt ella uppbyggiligt, uttan at tað verður upp á danskt.” - Illa við smoygdi eg mær út um hurðina, men hoyrdi hana suffandi siga: “Har fór eitt, sum Rasmus hevur spilt.”

---

Meðan sjónarleikurin »Best man vera sum er« varð settur saman, kom eg ofta út á Reyn. Og seinri, tá leikurin skuldi spælast. - Tað var nakað fyri ein flennibita at hoyra Rasmus, sum einki mál hevði, í fullum álvara at sita og royna seg.... “Nú ástin loysir mína røst; hoyr hvat sum bylgist í mítt bróst”...

- Hann kundi tá eisini sita í tímavís og fatla við træpettum og snørispettum: í leikinum skuldi harri Klæmint ganga aftur - og hvussu nú við durunum hann skuldi koma inn ígjøgnum - hædd og vídd; hvussu opnast og latast aftur, tí ikki mátti hoyrast eitt kis... ella um hann skuldi søkka niður gjøgnum gólvið - og hvussu so við lemminum, við kjallarahæddini, og hvat var Hans Marius í ummáls og hvat til tyngd, hann mátti heldur einki koma til... tað var jú hetta kisið... træpettini førkaðust upp og niður og í snørispettini varð skrykt og skoytt uppí ... Rasmus tonkti og Rasmus spældi; álvarað var vist við hvørt pátikið - og hasar reglurnar, hann hevði valt at royna seg í, mundu eisini vera valdar, tí at eg skuldi froysa útúr; so vítt komin, læt eg minni inn at mær ganga. Hann var ein íspegil.

Sjálvur skuldi hann vera uppi í spælinum sum befallingsmaðurin Peder Ulfsson, og vildi hann sum Peder bera ljóst hár og skegg. Parykkur var til og hansara egna skegg kundi bronserast - bronsan mundi vera at fáa yviri í Geil, og treyðugt so at okkurt fanst á apotekinum at taka hana av aftur við. Hann kom tíbetur at hjálpast við at klippa og raka sær og var ikki til at kenna aftur - men aldri høvdu havnarfólk hugt so blídliga upp á hann sum nú og aldri heilsað so drálandi fólkaliga, segði hann sjálvur. (Á, Markølpus! hugsaðu havnarfólk.) Men á spælikvøldunum lýsti tann ljósi parykkur og høkutoppurin á høvdinum á einum stásiligum og fríðum manni.

Men Kristin í Geil sum Nilla vann av øllum. Hann hevði til fyrimynd tikið ein gamlan húskall, Pól í Hoyvík, sum øll Havnin kendi, men hermdi so góðsliga eftir honum, at ikki ein sál - heldur ikki Pól sjálvur - tók tykni av tí. “Hvor er han vidunderlig!” segði apotekarakonan, frú Finsen, sum Rasmus hevði fingið upp í leikin, sum Ebba, dóttir be-fallingsmansins. Fyri at síggja Kristin nær við, slapp hon fyrsta kvøldið, spælt varð, at sita í einum síðum kappa við brúdleypsborðið við bakinum móti áskoðarunum; men hon segði seg undan annað kvøldið: “Min mand sa', at intet maatte spærre for udsigten til hr. Isaksen!” Og so var Kristin best, tá hann - við vilja - tagdi upp ímillum: tað var tá, sum eyguni, stygg, leitaðu eftir onkrum, sum var við at hvørva - og fingrarnir trilvaðu eftir nøkrum sum vildi gleppa.

Nakað kom at verða, sum tað ikki átti. Tí beint oman á tann skellilátur, sum hoyrdist yvir brúðartaluni, Nilla heldur (og sum tað eisini so við og við varð skoytt upp í), smæddust vit við at syngja brúðarsálmin - heldur ikki vóru allir áskoðararnir komnir aftur fyri seg - og tí endaði leikurin ikki við tí andakt “Best man vera sum er” er ætlaður at enda við.

Men Rasmus var bæði undan og oman á roksið í essinum, glaður og findarblíður, og glað vóru vit.-“

 

Johanna Maria Skylv Hansen (1877-1974) skrivar soleiðis i ”Gomlum gøtum III”, 1970:

”Tá ið eg hevði gingið til, fór eg til Havnar at tæna, fyrst úti í Havn hjá gomlu frú Hansen, sum eg havi skrivað um, og sum eg minnist so leingi, sum eg livi. Seinni var eg hjá Oliver Effersøe lærara. Meðan eg var har, skuldi sjónleikurin ”Best man vera sum er” fyrstu ferð verða spældur í Havn. Rasmus vildi hava meg at spæla við, men eg segði við hann, at tað fór ikki at bera til. „Eg skal sjálvur tosa við Margrethu," segði Rasmus, men einki batti hansara tos við Margrethu, og til síðst segði hon við hann: „Kom ikki her, Rasmus, og set mær flugur í høvdið á Mariu." Av leikinum minnist eg nú bert konu Olaf Finsen apotekara og Mariu Mikkelsen, Mariu í Dalólastovu. Hans Marius Jacobsen spældi harra Klæmint.”

 

Á Føroya Landsbókasavni er eitt handritasavn, sum hevur skrásetingar-frámerkið F XIV og heitið Effersøe, R.C.: ”Ymisk handrit”. Edward Mitens læt Landsbókasavninum tað á sumri 1957.  Innihaldið er brøv, yrkingar og sjónleikir. Har skrivar Mitens m.a.:

”Rasmus Effersøe, móðurbróðir mín, doyði 23. mars 1916. Nakað seinni bað systir hansara Sanna Effersøe meg eftirhyggja brøv o.t. Tá fann eg hesar partar av handriti til ”Best man vera sum er”.”

Hetta sjónleikahandritið, sum hevur frámerkið B,  er 54 s. til støddar (folio-stødd) og fevnir um mest sum allan leikin “Best man vera sum er”. Tað byrjar við byrjanini og endar við tilsvarinum, har Ólavur Eiriksson sigur: “Nú tykist mær, at Páll fer at ótolnast" (M. 191-247). Tá eru 9 tilsvar eftir av leikinum og so sangurin, sum øll syngja til endans: “Hjá teimum stuttligt at fylgjast er...”

”Best man vera, sum er” verður prentaður sum framhaldstilfar í ”Tingakrossi” 1. árg. nr. 28-48, 1901. Hinir leikir Rasmusar verða prentaðir í sama blaði sama ár í hesi røð: ”Hjá dalabóndum” 1-15, ”Magnus” nr. 16-27, og ”Gunnar havreki” nr. 47-50. Allir leikirnir koma út í bók sama ár: R.C. Effersø: ”Sjónarleikir”.

Seinni er ”Best man vera sum er” prentaður í ”R.C. Effersøe: Minnisútgáva” 2. bind, Josephine og Edward Mortensen góvu út, Tvøroyri 1917 og í ”Rasmus Effersøe 1857-1957”, minnisútgáva, Edw. Mitens gav út, Tórshavn MCMLVII.

*

Søgustøðini eru trý:
í Havn (1.- 5. partur),
í Svøríki (6. – 7. partur),
í Dalsgarði í Skálavík (8. – 10. partur).

Sagt verður frá, at leikurin er ”fólkalívsbílæti úr 17. árhundraði”, og kanna vit persónarnar, sum eru við í søgugongdini, so kundi hetta tíðini viðvíkjandi í fleiri førum hóskað til søguligar persónar.

Í Havn hitta vit fyrst Lukas og Lukasarkonu.

Lukas er Lucas Jacobsøn Debes, sum var føddur í Stubbekøbing í Danmark í 1623. Hann tók studentsprógv frá skúla í Slagelse í 1647 og fór til Keypmannahavnar at lesa gudfrøði. Aftan á at hava lokið prógv gjørdist hann fyrst kapellanur í Tórshavn í 1651 og frá 12. juli 1652 sóknarprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Samstundis var hann rektari í latínskúlanum. 

Í 1667 gjørdist hann varapróstur og í 1670 próstur. Lucas Debes kom at virka í oyggjunum í tí harðrendu Gabelstíðini, tá embætismannavaldið trælkaði hin minni menta føroyingin. Tað er einki at taka seg aftur í, at Lucas prestur í mongum lutum kendi seg sum føroying, og í øllum viðurskiftum vardi hann hin minni menta. Rættartræturnar, hann alla Føroyatíð sína hevur við embætismenninar her í Føroyum, eru fullgott prógv um hetta.

Hann andaðist í Føroyum 28. sept. 1675, og eftir hann er verkið “Færoæ Et Færoa Reserata. Det er: Færøernis og Færøeske Indbygeris Beskrifvelse / udi hvilken føris til Liuset adskillige Naturens Hemeligheder / oc nogle Antiqviteter, som her til Dags udi Mørcket hafve være indelugte / oc nu opladis / Alle curieuse til Velbehagelighed / Samenskrefven oc forklaret Aff Lucas Jacobsøn Debes,”:

Bókin kom út í 1673, aftan á at Lucas Debes hevði verið eina ferð í Keypmannahavn; hon verður enn mett at vera eitt sera álítandi og dygdargott verk millum Føroya-frásagnir. Hon byrjar við, at høvundurin ognar teimum trimum dønunum Peter Reets, Peter Griffenfeld og Frideric von Gabel bókina. Helst ger hann hetta í eini roynd at leggja niður sjógv millum seg og danskar myndugleikar.

Vit kunnu so hyggja at teim ymsu pørtunum: 1. kap: »Om Færøes Land udi sig self oc udi sine Omstændigheder. - a. Færøes land. b. Færøes vand. c. Færøes luft.« - 2. kap: »Om landets Fructbarhed«. - 3. kap: »Om vandets Fructbarhed«. - 4. kap: »Om Færøes Bebyggelse oc Indbyggernis Bedrifter«. - 5. kap: »Om Indbyggernis Qvaliteter« - 6. kap: »Om Politien«. - 7. kap: »Om Religionen«. - 8. kap. »Om Spøgelser oc Satans Anfectelser udi Færøe«.

Bókin man hava vakt miklan ans, tí longu í 1675 kemur hon í enskari týðing, og partar av henni verða týddir til íslendskt rættiliga tíðliga. Í 1757 kemur hon í týskari týðing. Í Føroyum kemur bókin sum framhaldstilfar í »Tingakrossi« 2. árg. 1902, Jákup Dahl gevur verkið út í 1903 og Einar Joensen í 1950. Til endans er at nevna útgávu frá 1963, sum danin Jørgen Rischel hevur staðið fyri. Hann gevur 1. útgávuna út stavrætt og skrivar rúgvismiklan og sera fródligan inngang um verkið.

Lukasarkona verður í leikarayvirlitinum nevnd Marin Sofía. Í veruleikanum æt kona Lucasar Debes Anna Rasmusdatter. Hon var dóttir vágaprest  Rasmus Sørensen og konuna Onnu Ismaelsdatter.

Anna, sum Lucas Debes giftist við, hevði verið gift við undanmanni hansara Hans Rasmussen, sum andaðist 14. mars í 1651. Hon og Hans Rasmussen áttu níggju børn, sum Lucas Debes ikki fyltur tríati gjørdist verji hjá.

Eitt av hesum børnum kemur fyri sum persónur í leikinum. Tað er dóttirin Elsa.

Møguliga æt ein av stjúkdøtrum Lucasar Elsa, men úr søguni kenna vit best stjúkdóttrina Rakul, sum kom fyri barn við kommandantinum Claus Becker. Hon og stjúkpápin ákærdu kommandantin fyri at hava neyðtikið gentuna. Hetta mál var til viðgerðar á tingi í Havn.

Lucas Debes hevur yvirhøvur verið nógv umhildin í føroyskari søguskriving, og í bókmentunum hevur William Heinesen reist honum bæriligan varða. Hann er fyrimyndin til høvuðspersónin Peder Børresen í bók Williams “Det gode håb”, 1964.

Anna á Kák verður í leikinum nevnd klók kona. Triði partur fer fram í roykstovu hennara.

Von Højvig kemur at biðja hana útvega sær ein “elskhugsdrykk”, sum hann ætlar at geva einari gentu, hann hevur hug á. Seinni í sama parti koma Elsa og Kristina inn og biðja hana spáa teimum - hon skal lesa forløg teirra í lógvum teirra.

Anna er møguliga søguligur persónur. Ið hvussu so er nevnir Hans Andrias Djurhuus hana – eisini í sambandi við yrkið at spáa – í skaldsøgu síni “Beintu”, 1927. Har eru tað Beinta og ungi vinmaður hennara, Kristian, sum eru farin inn á gólvið hjá Onnu, tí tey vilja frætta meira um lagnu sína.

 Inga nevnist  dóttir Onnu í leikinum. Sum sagt er óvist, um Anna var søguligur persónur. So mikið minni verður tá at siga um Ingu.

Tey trý, ið verða nevnd at búgva í Svøríki: Peder Ulfsson, høvuðsmaður, Ebba, dóttir hansara og ein tænari eru uppspunnir persónar.

Men von Højvig, loytnantur á Skansanum í Havn, var søguligur persónur. Um hann hevur Djóni í Geil skrivað grein í 3. hefti av “Smáskriftum Varðans”, 1915.

Von Højvig var tó ikki samtíðarmaður Lucasar Debes. Hann æt Sørin Mortansson, sonur Mortan Mortensen Højvig, sorinskrivara og Magdalenu Joensen, ið var dóttir harra Jónas, norðstreymoyarprest.

Fyrstu ferð Sørin kemur undan kavi er í brævi skrivað á sumri í 1709. Har verður sagt, at hann skal sleppa at arbeiða í handlinum, meðan hann hevur frí úr Kadettskúlanum. Vit vita, at hann arbeiddi í handlinum í stívliga tvey ár 1710-1712. Seint á heysti í 1712 fór hann av landinum  og fór í tænastu sum sjókadettur, fra 1715 verður hann skrivaður flotaloytnantur. Hetta vóru tey árini, tað gekst danska sjóherinum væl í stóra norðurlendska bardaganum, sum í høvuðsheitum var móti Svøríki. Um 1720 er hann aftur í Føroyum og røkir starvið sum kommandantur frá 1721, til hann doyr í 1742. Hann var giftur við Elsebeth Madsdóttur. Tey vóru barnleys. 

Sambært Djóna í Geil varð en av soldátunum á Havnar skansa um hesa tíðina eyknevndur Gabbi. Hetta var Niklas á Bakka. Um hann sigur Djóni:

“Hesin Niklas var tiltikin maður at skjóta og víða gitin um allar oyarnar. Hann var tí javnt og samt saman við von Højvig á jagaraferð.”

Harafturímóti kunnu vit staðfesta, at eingin soldátur á skansanum eitur Balsar í tí yvirlitinum, sum er av skansarulluni frá 1724.

Ólavur Eiriksson, ein vestmenningur, og Nilla, húskallur hjá Lukasi, munnu ikki vera søguligir persónar, men tað er Karl Hans, skrivari fútans, afturímóti.

Vit fáa ein varhuga, tá ið vit lesa byrjanina av 4. parti, har Elsa eggjar Nilla at spæla ein leik fyri Kristinu:

“Tú mátti latið Kristinu hoyrt, hvussu fútin og Karl Hans hyggja eftir kongsgóðsinum.”

Nilla fer so at spæla og er bæði Karl Hans og fúti.

Hetta spælið er væl lýst eitt nú hjá Hjalmar Thuren í bókini “Folkesangen på Færøerne” 1908, men best hjá Sverra Egholm í “Birting”, 2000: “Karl Hans og grýlan. Spøl úr heidnari tíð?”

Sipað verður til eitt føstulávintsspæl, sum spælt varð í Fugloy til út ímóti seinna heimsbardaga. Sverri lýsir við Louis Zachariassen (1890-1960) sum heimild upprunan til spælið soleiðis:

“Fugloyingar høvdu verið handilsørindir í Havn og har komnir í hóslag við “skrivaradreingin” Karl Hans Höpfner, sum var í øðini inn á teir um okkurt, hevði deilt teir og leikað í. Útafturkomnir til Fugloyar finna teir uppá at gera teiti burtur úr hesum illa embætismanni. Teir spældu leikin í einum hjalli, ið var opin í øðrum endanum. Ein av teimum dugdi serliga væl at herma eftir skrivaradreinginum, ið skuldi vera so undarliga klænmæltur, kúlutur og hjólbeintur.”

 Spælið sjálvt verður lýst soleiðis:

“Leikararnir eru tveir, onkuntíð tríggir, Karl Hans og fútin og viðhvørt ein tænari. Ofta eru áskoðararnir við sum bøndur, ið hinir skulu skoða garðarnar hjá. Karl Hans er hjálparmaður fútans – onkur sigur hann vera bónda. Hann er í hvussu er fívilin og høvuðsleikarin, ið fær hini at flenna. Vanligasta brigdið er, at fútin og Karl Hans koma at sýna festigarðarnar og at krevja bøndurnar eftir jarðarleigu. Teir eru strangir við bøndurnar, tala danskt, “mestsum messa” og hótta bøndurnar við, at “spille af med sin gård” ella “du skal have din gård forbrudt!” Til endans løgdu áskoðararnir (bøndurnir) á Karl Hans at berja hann. Og tá ið fútin fer at verja Karl Hans, so verður hann eisini bardur.”

John Davidsen, lærari, hevur sagt Sverra, at Karl Hans Höpfner var úr Nakskov í Danmark, og at hann í 1715 gjørdist fulltrúi ella skrivaradrongur hjá fútanum Didrik Markussen, ið var fúti frá 1714 til 1723. Didrik Markussen búði tó ongantíð í Føroyum. Karl Hans var systursonur fútans og røkti skrivaraembætið, heilt til hann doyði í 1743. Hann bygdi Skrivarastovu úti á Reyni.

Klæmint, prestur í Sandoy, Kristina, dóttir hansara og Jákup Jógvansson, Dalsgarðs bóndi og sýslumaður eru harafturímóti samtíðarfólk Lucasar Debes.

Um Harra Klæmint er henda søgnin:

Um harra Klæmint, sum prestur var í Sandoy á sinni, eru nógvar frásagnir. Meira hugsaði hann um vinningin enn um prædikuna. Fátækur var hann, tá ið hann kom til Føroya, og átti ikki meira, enn hvat ið kundi vera í einum klæðsekki; men so væl dugdi hann at kradda undir seg, at, tá ið hann var á gamals aldri, var hann ein ríkiskroppur og átti 60 ognarmerkur. Ikki tók hann pening sum gjald frá nøkrum manni, men bert jørð.

Hungursár vóru í Sandoy í harra Klæmints tíð, og fólk heittu tí ofta á prestin í neyð teirra. Ein maður kom hungursvøltur til hansara í Todnes prestagarð og bað hann leska seg eitt lítið av mati. Klæmint gav honum ein válgara uppá tey kor, at maðurin læt honum tað jarðarstykki afturfyri, sum enn á døgum kallast “Válgarateigar”. Tað eru tríggir teigar uttan fyri Todneshús sum eitt skarð burtur úr einum áttatiáli, ein teig fyri hvørt riv í válgaranum.

“Biskupsjarðir”, tvær merkur undir Fjalli burtur av Klettagarði, fekk harra Klæmint eftir Sakansson (son Sakans í Dímun). Prestur og Sakanssonur áttu báðir Norðbingaskor í felagi. Eina ferð, sum Sakanssonur var farin at draga lírar í skorini, fall hann, og tað var hansara bani. Prestur helt fram, at hann hevði farið óreiðiliga at, tí at hann hevði drigið fyri seg einsamallan, tó at báðir áttu skorina, og tók so báðar tvær merkurnar til sín, men læt einkjuna hava eina áttatiál eftir innangarðs (Guddurygg). Tvær merkur og fýra gyllin (áttatiál) átti Sakanssonur.

Andras undir Brekkuni átti eina hálvmørk, sum Klæmint lúrdi eftir at fáa. Í deyðstund Andrasar kom prestur at avloysa hann og vildi fáa jalov upp á jørðina afturfyri; men ikki vildi Andras lata meira enn eina áttatiál fyri avloysing sína, og harvið varð prestur at lata sær eftirlíka.

“Bænadiktsmerkur” eita tvær merkur av Klettagarði. Ein einkja við tveimum døtrum átti tær. Klæmint lokkaði festibrævið frá henni og fekk henni tað ikki aftur, men fór til fútan við tí og vildi hava hann til at festa einum sonarsoni sínum merkurnar. Báðar døtur einkjuna vóru býttar, segði hann. Fútin spurdi genturnar, um tær vóru trúlovaðar, ella um tær ongar fríggjarar vistu sær. Tær søgdu nei til bæði, og so festi fútin sonarsoni Klæmints, Klæminti á Klettum,  merkurnar.

Ein maður uttan fyri Á, eyknevndur Skrummarin, stóð og velti niðri á Krossi eitt várið. Harra Klæmint gekk til hansara ímillumat og beyð honum bæði kjøt og annað fyri at fáa hann til at lata sær tað jarðarstykki, ið kallast “á Skrummarsfløtti” undir Reynatúgvu. Prestur átti Høgubrekku, tætt út til Skrummaransfløtt, sum hann vildi so fegin hava afturat. Ein dagin, sum prestur hitti Skrummaran úti á bønum og gav seg í holt við hann, komu teir til ilnar, og vóru báðir reystmæltir. Prestur sló Skrummaran og eggjaði honum til at sláa seg aftur - ætlan Klæmints var at fáa hin til at fyrigera ogn sínari. Skrummarin tók til at lemja prestin, men prestur gjørdi ikki vandari enn, at hann tveitti seg niður og rópaði neyðarróp. Fólk komu til, men Skrummarin kundi taka vitni uppá, at prestur hevði sligið fyrri, so Klæmint fekk onga sekt við honum ta ferð. Men eftir hetta hugsaði Klæmint altíð um, hvussu hann skuldi sæta honum, og seinnu ferðina vignaðist betur.

Ein tjóvur var heima á Sandi, sum kallaðist Runti. Einaferð hevði hann stolið eina kúgv og grivið hana niður í eina grøv uttan fyri Á, kallað Runtagryvja, og takt útyvir. Sum fólk leitaðu, hoyrdu tey kúnna belja niðriundir og fingu hana so aftur. Í Runtaurð undir rókunum uppi í haganum í Húsavík hevði Runti sær skjól. Eitt glopp er har, sum nevnist Runtahol, ímillum tveir óførar steinar. Har varð hann funnin av einum seyðamanni, Magnus, sum var burturi í haga og sá royk koma uppúr, tí Runti hevði fingið sær eld og pott til matgerðar. So varð hann fingin og dømdur til at heingjast uppi á Gálga úti í Nesi. Prestur skundaði undir at fáa Runta dømdan, tí hann kvíðaði fyri, at tað kundi annars koma niður yvir hansara egnu synir. Klæmintssynirnir vóru ikki dælir og høvdu ringt orð á sær; fólk søgdu, at teir høvdu verið uppií við Runta. Siður var tá í tíðini, at tjóvum, ið heingjast skuldu, loyvdist at royna treyt. Kundu teir taka seg tríggjar ferðir upp um gálgatræið, so vóru teir slopnir. Runtin tók seg tvær reisur uppum og var um at taka seg upp triðju ferð; tá rópaði Skrummarin: “Lova mær!”, leyp til og sló Runtan dygt á skøvningin við einum stavi. Søgn er, at prestur elvdi Skrummaranum til at gera Runtanum bága til tess at fáa sak við honum. Tað gekk presti eftir vild: Skrummarin hevði óløgligan atburð í tí, at hann forðaði Runta, og forgjørdi so ogn sínari; men prestur tók við jørðini, ið hann hevði átt. Frá Runta er enn at siga, at hann varð hongdur kortini, og tá kom ikki ein fiskamurtur inn á Bogatanga á Sandi í trý ár. Tað, søgdu fólk, var av tí, at Runti var vorðin hongdur óløgliga.

Ikki gignaðist Klæminti so væl á hvørjum sinni tað, hann hevðist at. Tað gav at bíta við útistovubóndanum í Skúgvoy. Sonur útistovubóndans hevði verið hjá Klæminti presti og lært. So eitt árið, sum útistovubóndin hevði verið í Havn og var á veginum heimaftur til Skúvoyar, fór hann í Todnes at gista hjá presti. Í tvær nætur var hann í prestagarðinum, áðrenn tað viðraði til Skúvoyar, og fekk vánaligan kost, tóktist honum: blámaðan válgara, turran fisk, tálg og føroyskan drýl. Bóndin spurdi, hvussu mikið prestur skuldi hava afturfyri. Tvær gyllin í jørð, svaraði Klæmint; eina fyri hvørja náttina. Har var einki við at gera: útistovubóndin varð at lata tað, sum prestur kravdi. Eina tíð eftir hetta fór prestur um gjaldið og kom til Skúvoyar. Meðan hann var har, kom illveður á, so hann kom til at liggja veðurfastur og noyddist at taka innivist. Tá vóru bara tvey bóndahús í Skúgvoy: í Stórustovu og »úti í Stovu«. Stórustovubóndin hevði einki húshald, og harafturat vóru prestur og hann óvinir, so Klæmint noyddist at halda til hjá útistovubóndanum. Útistovubóndin gav presti turran fisk, sperðil og føroyskan drýl til mats. Prestur gramdi seg um, at nú var illa vorðið: við øllum tí, sum hann átti, mátti hann nú líða hungur og hall her í Skúgvoy. Tá ið veðrið blíðkaði og farandi var um fjørðin, spurdi prestur bóndan, hvat hann skuldi hava fyri tað, at hann hevði hýst sær. Tvær gyllin í jørð, var svarið. Soleiðis fekk útistovubóndin jørðina aftur, sum prestur hevði fingið av honum.

Klæmint hevði tríggjar høvuðsmenninar í Skálavík í drykkjulag hjá sær: Antinis í Dalsgarði, Jógvan í Skála og ríkasta óðalsmannin í bygdini: Hanus undir Hagabrekku, nevndur »Frænd-Hanus«. Tá ið ein tíð var umlopin, skrivaði Klæmint rokning upp á jørð til allar tríggjar konurnar. Kona Antinisar var eitt gódlív sum hann sjálvur og svaraði einki til; men kona Frænd-Hanusar svaraði, at vildi hann hava nøkur stokkaleggøld, skuldi hann fáa tey: annað fekk hann einki. Kona Jógvans spurdi, um tað var sámiligt fyri ein prest at hava brennivínshandil; hon ræddist ikki søksmál, segði hon.

Tá læt prestur sakina falla. Hanus og Antinis báðir góvu uppat við at drekka. Hanus kom at vera av raskastu monnum í Føroyum til at rudda jørð og leggja inn traðir; men Jógvan vildi ikki lata av við sínari brennivínsdrekking, og varð tað hansara deyði.

Synir Klæmints vóru yvirgangskroppar og rammir til at stjala frá pápanum sum frá øðrum. Lomb stjólu teir frá pápanum úr Høvdahaga og lugu so fyri honum, at tað vóru traðamenn, sum stjólu, Klæmint trúði tilskilan teirra og ætlaði at bannseta tjóvirnar frá prædikastólinum, tó at Jógvan Mortansson, bóndi í Trøðum, bað hann varnast og segði við hann, at tað vóru hansara egnu synir, ið stolið høvdu. Sunnudagin, sum prestur skuldi lýsa bannið, fór Jógvan bóndi í kirkjuna - hann var deknur og av tí kallaður Prest-Jógvan. Á veginum møtti hann einum neyðar konufólki, sum kom úr Todnesi við svintuni fullari av seyðakjøti, Jógvan spurdi, hvat hon hevði í svintuni. Hon segði honum frá og vælsignaði prestasynirnar, sum høvdu givið sær kjøtið (átta stykkir hevði hon fingið og huppin við). Jógvan bað hana lata seg fáa kjøtið at beina fyri, at tað skuldi ikki vera henni at skaða; tí tað var stolið. Hon skuldi fáa eitt heilt krov afturfyri, segði hann. So flýddi hon Jógvani kjøtið; hann fór beinan vegin og tveitti tað í Ervaker (í ánni niðan fyri træbrúnna, ið nú er) og fór so í kirkjuna. Fýra ljós vóru tendrað og brendu á altarinum, meðan prestur lýsti bannið. Tá ið liðugt var, tók Jógvan og kastaði ljósini, hvørt í sítt hornið av kórinum. “Nú er bannsett,” segði hann, og bað so ansa væl eftir fólkinum, tá ið tey fóru úr kirkjuni. Prestabøn skuldi fata, og fata gjørdi hon her. Tá ið fólk fór úr kirkju, var ein sonur Klæmints farin blindur upp í uttastu brík; hann viltist, tí hann var blindaður, og fann ikki út aftur. Tríggir synir Klæmints sótu um pottin heima og kókaðu sær kjøt; men í sama bili sum bannið var lýst, sprakk potturin. Ein kolaðist illa, og hinir báðir merktust. Prestur settist á hestin og reið  heimeftir, men tá ið hann kom at Hviná, datt hann av og breyt beinið. Síðan var hann lamin og varð kallaður Halti Klæmint.

Klæmint og sonurin Pætur (kallaður “harra Per”) vildu altíð vera hvør ímóti øðrum. Símun við Á í Húsavík var vorðin djevulsettur. Harra Klæmint royndi at reka tann ónda andan út úr honum, men ikki batti - Símun var alt at versna. So fór harra Per, sum var hjálparprestur hjá pápanum og hevði garðin á Sondum, til Símunar. Tá ið hann kom, hevði Símun alt hurl um burl inni hjá sær, seingjarklæðini upp undir loftið. Prestur var kvikur, hevði hendurnar millum herðarnar á honum og segði: “Gå ud, du urene ånd, og giv den hellige ånd rum!« Tá flugu tríggir svartir ravnar út ígjøgnum vindeygað, og Símun batnaði. “Denne regle har jeg studeret dybere end min fader!” segði harra Per. Men tá ið eitt ár var umlopið, var Símun óður aftur, verri enn nakrantíð, og leypst á sjógvin. Líkið rak upp aftur á sandin og var grivið á Tossismýri.

Eitt árið vildu synir Klæmints hava tað til roysnis at gera alt hoyggið, ið pápin átti, saman í eina des, og ikki var tað eiti av hoyggi. Í hoygarðinum í Todnesi gjørdu teir hesa óføru des. Tríggir vóru uppi á hoynum; býtti Símun var ein teirra. Høgt kom upp og væl leið; tá rópaði ein: “Nú síggi eg Koltur!” Men tá ið tað leið fram undir, at kjalast skuldi, tá skeytst hoyggið, tí leysliga var gjørt; tað fall, og fallið var stórt. Teir tveir doyðu, men býtti Símun slapp.

Kelda: Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Um Jákup Jógvansson (Jóansson) er henda søgnin:

Jákup Jóansson, kongsbóndi í Dalsgarði í Skálavík og sýslumaður í Sandoy, var sonur løgmannin Jógvan Pálsson á Oyri og tók við løgmansembætinum í Føroyum eftir pápan. Um hann er ein frásøgn, hvussu hann giftist og kom til Dalsgarðs.

Jákup fór í fríggjaraferð eitt árið til Sandoyar, og Klæmint prestur loftaði honum beinanvegin, tí hann vildi so fegin hava hann giftan við Kristinu, dóttur sínari. Jákup gjørdi seg út í Todnes í sín besta búnað — prúður og menniligur var hann — hitti prest og fekk góða mótitøku. Hann tosaði við harra Klæmint um, hvat ið hann hevði í kvitta, bar eyga við Kristina og fekk hug á henni. Væl dugir prestur á at skyna, at honum dámar hana, men ikki henni hann. Prestur biður dóttrina vísa honum húsini, tí hann nær ikki sjálvur, sigur hann. Meðan tey so ganga og tosa, ber Jákup upp bønarorð, men fær krakk. Kristinu dámar hann ikki; hon heldur hann vera so misháttan. Hann kærar sína neyð fyri presti, men prestur sigur, at hann hevur ikki farið væl at. “Eg skal fáa tað í lag ímillum tykkara, kom tú aftur seinni. Næsta sunnudag ætli eg mær at hava veitslu, tí tá er føðingardagur mín, og tá ber væl til hjá tær at koma. Meðani skal eg tosa við hana.” Jákup kemur aftur sunnudagin eftir um ta tíð, at prestur er í kirkju. Hann fer tó ikki beint í Todnes, men í kirkjuna. Øll prestafólkini eru í kirkju uttan Kristin; hon stákast eftir í húsinum. Prestur og Jákup fylgjast heim í Todnes og finna Kristina móða av strevi. Prestur letst ikki um vón, men sigur við dóttrina: “Tú hevur ikki biðið gestinum góðan dag.” Hon sigur nei. “Nógv hevur tú at starvast við í dag; far og gev honum hondina kortini.” Hon rættir Jákupi hondina; hann heldur fast, prestur loypur til, leggur hondina á og lýsir signing sína niður yvir tey. So vóru tey trúlovað. Men Kristin var fúkandi óð og vildi ikki koma nær festarmanni sínum. Klæmint helt tó, at hon mundi fara at gevast í endanum, og kom á samt við Jákup um at fáa Antinis, son Unga Jógvans, burtur úr Dalsgarði, sum Jákup tráaði eftir. Antinis var eitt gódlív og ógvuliga ólíkur brøðrunum Símuni og Hanusi. Klæmint kendi honum um, at hann duldi við brøðrunum í ránum teirra og drápum, og náddi at fáa hann koyrdan heim á Klettagarð. So kom Jákup at vera bóndi í Dalsgarði, men ikki batnaði ímillum hjúnini. Hon stongdi seg inni á loftinum, so hann slapp henni ikki nær. Megnarmaður var hann, men varð tó at lúta fyri henni. Eina ferð breyt hann inn á loftið til hennara, men hon tók so ímóti, at hann mátti tvíbuktaður útaftur. Ikki batti at fara fram við óhógv, og hann skifti tí atburð, var týður og blíður og royndi at sýna henni kærleika, men hon var altíð køld. Hvør røktaði sítt, hann sum bóndi og hon sum matmóðir. So stóð við eina tíð. Ein dagin fóru skálavíkingar allir til útróðrar, dalsgarðsbóndin við. Tá ið nakað leið á dagin, brast hann á við ódnarveðri. Ótti kom á heimafólkið um bátarnar, og øll tyrptust út úr húsunum oman á mølina og undir kirkjugarðin til at hyggja. Kristin Klæmintsdóttir var har eisini, ógvuliga tunnliga klødd, tó at ovurveður var. Illa heitin var hon. Bátarnir komu aftur, ein fyri og annar eftir, men einki sást til Dalsgarðsbátin. Alt var veðrið til at herða meira og meira uppá. Kristin varð standandi í ringum skørum og nøkur fólk við henni. Tá rópar ein: “Nú kemur Dalsgarðsbáturin inn ímóti høvdanum!” Hon stóð, til báturin var komin inn á víkina, og fór so heim at húsum.

Níggju mánaðir eftir hetta doyptist í Sands kirkju fyrsta barn Jákups og Kristinar.

Jákup Jóansson var tvær reisur niðri, aðra ferð upp á landsins besta. Í teirri fyrru ferðini vardi hann pápa sín fyri ein rangan dóm, sum hann skuldi hava felt yvir norðoyasýslumann. Í teirri seinnu ferðini skuldi hann royna at fáa Klettagarð lagdan aftur at Dalsgarði, men kom ikki aftur til Føroya og spurdist ongantíð uppaftur. Eingin visti at siga, hvussu hann var komin av døgum. Skrín hansara kom tó aftur til Føroya, og harí var norska lóg og ein altartalva við innskriftini »Jacob Jonsen og Kristen Klemments-Datter.« Altartalvan hongur enn í Skálavíkar kirkju.

Kelda: Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Harra Klæmint skrivaðist Clemen Laugesen Follerup. Follerup eftir heimbygdini Vollerup, sum er bygd stívliga tíggju kilometrar vestan fyri Åbenrå.

Hann stendur í summum heimildum at vera føddur í 1602. Vist er, at hann í 1638 gjørdist hjálparprestur á Sandi hjá Jensi Jensen Skiffue, sum hann loysti av sum sóknarprestur í 1648, og hann var í hesum starvi til deyðadags í 1688. Klæmint giftist við dóttur undanmannin Elini Jensdatter, og við henni fekk hann fimtan børn, sum komu undan.

Eitt teirra var dóttirin Kristin, sum giftist við Jákupi Jóanssyni. Jákup var sonur Jóan Pálsson úr Elduvík, sum var løgmaður frá 1661 til 1677. Mamman æt Gyðja og var dóttir Jóns Heinasonar. Jákup gjørdist løgmaður eftir pápan í 1677. Tað var í 1679,  at hann hevði verið ørindi í Danmark og ikki spurdist aftur. Hann og Kristin áttu sjey børn – fýra døtur og tríggjar synir. 

Sagt hevur verið um Harra Klæmint, at hann bar ognir sínar í einum pjøka, tá ið hann kom til Føroya, men tá ið hann doyði, var hann millum ríkastu menn, ið verið hava her á landi. Tá ið skift varð eftir hann, komu 46 ognarmerkur til skiftis. Jørðin var í trettan ymiskum bygdum í Føroyum.

Ólavur Clementsen sigur í grein í “Kvørnini” nr. 2, 1999 m.a. soleiðis frá:

“Hesin sjónleikur var fyrstu ferð spældur á Sandi undir fyrra heimsbardaga, og atgongumerkjapeningurin fór til vatnleidning í bygdini. Ein gomul genta, Sigga á Klettum, ið var 6. lið eftir Harra Klæmint, var eisini og hugdi, og henni dámdi væl, til komið var fram til partin, har Harra Klæmint gongur aftur. At ættfaðir hennara varð speirikin fyri at hava verið verðsligur, dámdi henni illa. Hon skuldi tá taka til, at Harra Klæmint var ikki verri enn keypmenninir eru í dag.”

 

To top

Heimildir

Andreassen, Eyðun: ”Úr søgn og søgu”, 1986

Clementsen, Ólavur: ”Um Harra Klæmint prest”, Kvørnin 1999

Dahl, Árni: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Debes, Lucas: ”Færøæ et Færoa Reserata”. Det er: Færøernis og Færøeske Indbygeris Beskrifvelse / udi hvilken føris til Liuset adskillige Naturens Hemeligheder / oc nogle Antiqviteter, som her til Dags udi Mørcket hafve være indelugte / oc nu opladis / Alle curieuse til Velbehagelighed / Samenskrefven oc forklaret Aff Lucas Jacobsøn Debes,” 1673.

Debes, Lucas: “Færøæ et Færoa Reserata”. Jákup Dahl greiddi til útgávu, 1903.

Debes, Lucas: “Færøæ et Færoa Reserata”. Einar Joensen greiddi til útgávu, 1963.

Debes, Lucas: ”Færøæ et Færoa Reserata”. Det er: Færøernis og Færøeske Indbygeris Beskrifvelse / udi hvilken føris til Liuset adskillige Naturens Hemeligheder / oc nogle Antiqviteter, som her til Dags udi Mørcket hafve være indelugte / oc nu opladis / Alle curieuse til Velbehagelighed / Samenskrefven oc forklaret Aff Lucas Jacobsøn Debes,” 1673. Jørgen Rischel greiddi til útgávu 1963. I: Facsimileudgave. – II: Indledning.

Djurhuus, Hans Andrias: ”Beinta”, 1927

Effersøe, R.C.: ”Gunnar havreki”, 1889

Effersøe, R.C.: ”Hjá dalabóndum”, 1890

Effersøe, R.C.: ”Magnus”, 1893

Effersøe, R.C.: ”Minnisútgáva. 2.bind. Josephina og Edw. Mortensen góvu út”, 1917

Effersøe, R.C.: ”Rasmus Effersøe 1857-1957, minnisútgáva.”, Edw. Mitens gav út, MCMLVII

Effersøe, R.C.: ”Sjónarleikir”, 1901

Effersøe, R.C.: Ymisk handrit. Føroya Landsbókasavn F XIV

Egholm, Sverri: ”Karl Hans og grýlan. Spøl úr heidnari tíð?” Birting 2000

Føringatíðindi nr. 4, 21.02-1895

Føringatíðindi nr. 14, 18,07-1895

Geil, Djóni í: “Loytnant von Højvig.” Smáskriftir Varðans 1. bind 1914-17

Heinesen, William: ”Det gode håb”, 1964

Jacobsen, Jacob: ”Lucas Debes og ættfólk hansara”, Varðin 30, 1952

Jakobsen, Jakob: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901. Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Nolsøe, Jens Pauli A.  og Jespersen, Kári: ”Fútaembætið og tignin”, Havnar søga I, 2004

Nolsøe, Jens Pauli A.  og Jespersen, Kári: ”Árini 1627-1677” og ”Kommandantar 1720-1782”. Havnar søga II, 2004

Skarði, Símun av: “Lucas Debes í rættartrætu við kommandantin og fútan.” Varðin 1. bind, 1921

Thuren, Hjalmar: “Folkesangen på Færøerne”, 1908

Tingakrossur 1. árg. nr. 28-48, 1901

Tingakrossur 2. árg., 1902

Øssursson, Janus (greiddi úr hondum): “Føroya biskupa-, prósta- og prestatal”, 1963

 

To top

Summary

The play “Best man vera sum er” (“Perhaps it is all for the best”) subtitled “A picture of Faroese life from the late 17th century” takes place on three locations: in Tórshavn (part 1-5), in Sweden (part 6-7) and at the farm “Dalsgarður” in the village Skálavík on the island Sandoy (part 8-10).

During the play several historical persons appear: Lukas – Lucas Jacobsøn Debes, born in Denmark in 1623. He came to the Faroes in 1651 and worked first as a clergyman later as dean on the islands until his death in 1675. His brother clergyman “Harra Klæmint” – Clemen Laugesen Follerup, born in Denmark in 1602, worked in tha parish on the island Sandoy until his death in 1688. Lukas was very well liked on the Faroes and often spoke out on behalf of the islanders against the Danish authorities. Harra Klæmint, however, had a bad reputation as a greedy man always trying to increase his earthly posessions. It is on this subjest that Lukas enters into a hectic discussion with his brother clergyman, harrra Klæmint.

Anna á Kák is a supposedly historical wise woman in Tórshavn who provided men with love potions and who read young women’s hands. There is a reference to a traditional play describing how the king’s representative and his assistant go about their business. After various matrimonial complications all ends well at a christening.

At the end of the booklet part of the supplementary material includes the memory fragments provided by two women (Maria Mikkelsen (1877-1956) and Johanna Maria Skylv Hansen (1877-1974)), who actually remember the first performance of the play (in 1895).  On other historical persons appearing in the play there are oral accounts collected by Jakob Jakobsen (“Færøske  folkesagn og æventyr”,1898-1901) and others.  

 

 

To top