GIFTINGARFØR GENTA
Torvald Tu
GIFTINGARFØR GENTA
Skemtispæl í trimum pørtum, 1929
Nyholm Debess týddi
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis
Tey leikandi
Tey leikandi:
Hanus undir Heyggi, bóndi
Karin Malena, kona hansara
Dagny, dóttir teirra
Tóri í Brekkuni, bygdadrongur
Sveinur í Miklagerði, bygdadrongur,
Kornelius Dungesen, bygdadrongur.
Fyrsti Partur
FYRSTI PARTUR
Stova hjá Hanusi undir Heyggi. Vanlig bóndastova í størra lag. Tvær hurðar. Vindeygu á aftasta veggi. Prýðiligir beinkir fram við vindeygunum. Høgrumegin vindeygað ein lítil bókahill full av bókum. Á vindeygapostinum spegil. Annars: borð (við voksdúki), stólar, krakkar og tílíkar búnyttir.
Hanus undir Heyggi (karvar sær tubbak til pípuna. Hann hevur eina leysa fjøl liggjandi á borðinum; á hesum karvar hann tubbakkið).
Karin Malena (situr og bindur).
Hanus (meðan hann karvar).
Nú havi eg sagt mína hugsan.
Karin Malena (bindur kvikliga).
Eg havi eisini sagt mína.
Hanus.
Tað er mær tað sama, tað fer at vera, sum eg sigi.
Kavin Malena.
Hesa ferð ætli eg ikki sum vant at geva alt upp í tínar hendur, men vil sjálv hava eitt orð at siga.
Hanus.
Sig tú . . . og práta . . . og kroyst úr tær . . . og tvætla, so galið tú vilt, men her skal vitið ráða.
Karin Malena.
Var tað vitið, tú segði?
Hanus.
Ert tú vorðin dul, kona? Tað, eg havi sagt, tað havi eg sagt. (Letur sær upp í pípuna).
Karin Malena.
Sjálvt um eg var bæði dul og deyv, kundi eg hoyrt hetta prátið títt, so snjøll orð tíni ljóða. Men tað skal eg siga tær, Hanus, at Sveinur úr Miklagerði fær hana ikki - nú veitst tú tað. (Heldur uppat at binda og starir móti Hanusi).
Hanus (festir sær í. Reisist. Gongur nøkur stig og vendir sær so móti konuni).
Enn minni verður hon burtur givin til Kornelius Dungesen, - nú veit tú eisini tað.
Karin Malena.
Eg hugsi, at tú skalt leita leingi eftir einum so góðum og fínum og dannaðum - ja, eg segði dannaðum - drongi sum Korneliusi.
Hanus.
Hvat í verðsins navn og ríki skal Dagny gera við ein “dannaðan” mann? - Nei, hon skal hava ein sterkan og fúsan mann, ið hevur áræði og hegni bæði til eitt og annað - og tað hevur Sveinur.
Karin Malena.
Ein hestahandlari, eitt tvørball, ein ýspegil, ein . . .
Hanus.
Ein spekulantur! Sig tú tað bara, tí tað er hann. Av úrvaldum góðum slagi. Hann hevur pengar sum skeljar. Kom ikki og fortel, at hann er armingi og einki eigur.
Karin Malena.
Eg vil, at Dagny skal fáa ein fínan mann. Tú skalt ikki læa at tí, Hanus. Garðin fær hon. Tá so Kornelius giftist við henni, tá geva vit frá okkum, og so koma . . .
Hanus (snøggliga).
Kornelius Dungesen skal tað ikki vera - hevur tú hoyrt tað! Heldur tú, at eg vil hava slíkan drumb snoddandi her í húsinum, korta nei, at tú veitst tað! Eitt slíkt ómenni, sum er lopnaður frá lítlafingri og líka niðan í nakkan, so at høvur hansara hongur sum ein kylvur og sleingist niðri á bringu. Slíkan mannafívil skal Dagny ikki gevast burtur til - síðani kann hann hava gingið so mangar lærdar skúlar hann vil; tí ivaleyst er tað lærdómurin, sum dárar teg. - Hvat skal hann við lærdómi, sum einki vit eigur til at nýta hann!
Karin Malena.
Slíkt hevur tú einki skil á, Hanus.
Hanus.
Jú, tað havi eg! . . . Og mangt slíkt. Hann kemur ikki langt við bókalestri, tá tað ræður um at rudda jørð og velta, - eg havi roynt nóg nógv av slíkum lærdómi og klókskapi. (Festir sær í pípuna og guvar).
Karin Malena (reisist).
Nú skal eg fortelja tær eitt, Hanus mín, - Kornelius Dungesen kemur higar í kvøld, og . . .
Hanus (hveppur við).
Higar! - til okkum undir Heyggi? Kornelius Dungesen!
Karin Malena.
Eg orðaði tað við hann í dag, eg var handilsørindir, og í kvøld kemur hann. Tað er tá ikki so løgið, tað er leygarkvøld.
Hanus.
Tá kemur væl við, at eg kann fortelja tær, at eisini Sveinur er væntandi higar í kvøld.
Karin Malena.
Hvat sigur tú?! Tú hevur væl ikki . . .
Hanus.
Biðið hann koma? Jú, Karin Malena, kona. Tað er ikki longur síðani enn í gjárkvøldið, at eg hitti hann, tá eg kom koyrandi av heiðum vestanfyri Mófløtuna, og so bjóðaði eg honum heim til okkara í kvøld. Hví skuldi eg ikki tað?
Karin Malena.
Eg hugsi kortini tað, at Dagny hevur so frætt skil sjálv, at hon aktar móður sína.
Hanus.
Ja, tú hevur ivaleyst stappað hana fulla av øllum møguligum um hatta kvíggjevnið, sum tú gongur og strevar fyri og hevjar upp móti skýggjum.
Karin Malena.
Tú skalt ikki nýta slík ljót orð, Hanus. Tað er ikki fínt at eyknevna fólk.
Hanus.
Á, eg haldi, at navnið var væl hóskandi. Og kjaftin eigi eg sjálvur og nýti hann, sum eg finni fyri gott.
Karin Malena.
Altíð prátar tú ólíkliga, Hanus. Eg hugsi ikki, at tað var ov mikið, um vit fingu ein Kornelius her til garðs. Aldrin haldi eg, at hann kundi fingið um sínar varrar so ljótt orð, sum tú viðhvørt letur falla.
Hanus.
Kann ikki Kornelius, so kann Sveinur. Og eg vil hava verðon, sum bæði dugir at venda sær og geva hvørjum manni aftursvar.
Karin Malena.
Tú segði í áðni, og meinti kanska eisini, at eg hevði billað Dagny bæði eitt og annað inn um Kornelius. Men tað skal eg siga tær fyri satt, Hanus, í slíkum eri eg ósek; men eftir tí, sum tú í kvøld hevur flutt fram, so iðri eg meg um, at eg ikki havi lagt størri dent á at gjørt gentuna kunnuga við munin, ið vera kann millum valadrong og vittuggi.
Dagny undir Heyggi (kemur inn).
Hygg, her er posturin. (Leggur nøkur bløð á borðið og vil so fara av stað aftur).
Hanus.
Tað er ófør ferð, á tær er. Skal tú longu av stað aftur, - og øll sum tú ert?
Dagny.
Ja, eg havi sinni at vera úti eina løtu aftrat. Veðrið er so frálíkt.
Karin Malena.
Tú skuldi givið teg til táls innandura í kvøld, ger tað dóttir mín!
Dagny.
Eitt leygarkvøld? . . .
Karin Malena.
Vit runnu ikki úti og floksaðust hvørki leygarkvøld ella sunnukvøld, - í mínum ungdómi.
Hanus.
Eg sigi ikki petti um tað, at Dagny tráar eftir eini fríløtu aftaná alt vikustrevið. (Við Dagny). Men mær hugar kortini best, at tú verður heima eina stund í kvøld.
Dagny.
Hví skal eg tað, pápi?
Hanus (nærri dóttrini).
Jú, sært tú, eg vænti Svein úr Miklagerði higar í kvøld, og . . .
Dagny.
Skuldi eg so verið heima av teirri atvoldum?
Hanus.
Hann hevur vist hug at heilsa upp á teg og práta við teg. - Skilir tú ikki?
Dagny.
Nú, eg fati einki av hasum, pápi, eg kenni hann so at siga ikki.
Hanus.
Tá er einki eftir at bíða, men best at tit koma at kennast so skjótt sum gjørligt.
Karin Malena.
Nei, Hanus - tú hoyrir, at eg hava rætt. Eg segði tað altíð, og eg taki uppaftur orð míni frá í áðni. - Mín vilji er, at Dagny skal hava ein fínan mann.
Hanus.
Tig nú við tvætli tínum.
Karin Malena.
Nei, tað geri eg als ikki, Hanus. Eg snakki, tá eg havi sinni til at snakka. - Dagny og Kornelius Dungesen hóska væl saman, og hann er ein dannaður drongur.
Dagny.
Hvat sigur tú, mamma?
Karin Malena.
Ja, tú kanst væl steðga heima í kvøld, Dagny, - og tað biði eg teg um. So sleppur Kornelius at síggja teg og fær teg í talu. Tú skalt vita av tí, Dagny, at nú ert tú giftingarfør genta.
Dagny (brádliga).
Bíða mær eitt vet, so skal eg vísa tykkum nakað, (smýgur út um hurðina, rópar): Tóri! - Tóri! Kom higar! Bæði faðir og móðir vilja síggja teg. (Kemur inn aftur).
Hanus.
Hvat vil hetta siga?
Karin Malena.
Tað undrist eg eisini um. Geva seg til at rópa á slíkan hátt. Hevur tú dreingir uttanfyri?
Dagny.
Einans ein, men hann er betri enn allir hinir . . .
Tóri í Brekkuni (kemur inn. Tað er ein prúður drongur á tjúgu ára aldri. Sær nakað smæðin út, tá hann kemur inn. Tekur húgvuna í hendurnar. Steðgar við ytstu gátt. Heilsar).
Gott kvøld!
Hanus
Gott kvøld - hm. - Eg eri ikki eigasørur fyri at duga at skilja teg, Dagny.
Dagny.
Ja, ikki sannheit, pápi?
Hanus.
Men nú skal tú vera so góð at lurta eftir pápa tínum.
Karin Malena.
- Og eftir mammu tínari.
Dagny.
Tá tú, pápi, sigur, at tú fatar meg, so kanst tú ikki vera so tvørur, at tú ikki unnir mær tann eina drongin, eg vil hava.
Hanus.
Og tað er hasin - hasin jassurin!
Dagny (undir liðini á Tóra).
Tað er Tóri í Brekkuni, ja.
Hanus.
Tað haldi eg meg síggja.
Tóri (leggur armin um miðjuna á Dagny)
Eg beri fram bønarorð, gev mær Dagny, dóttur tykkara?
Hanus
Tað var í einum heystmarknaði fyri eini fimm til seks ár síðani, at faðir tín snýtti meg, tá vit handlaðu um eina gamla ryssu; - men trúgv mær - eg havi verið í lótum fyrr, ikki skal tær eydnast at snýta meg fyri dóttur mína; hana havi eg fríggjara til, og hann skal hon hava.
Tóri.
Men - vit eru góð, Dagny og eg.
Hanus.
Lítið trúgvi eg upp á góðsku tykkara millum.
Dagny.
Nei, tú hevur aldrin átt góðsku til nakran, pápi?
Hanus (lítur at Karin Malenu).
Á, jú men havi eg ikki verið heilt fríur. - Men eg sigi tær, Dagny, brúka vitið, meðan stund er til tess.
Dagny
Tað er júst tað, eg havi ætlað.
Karin Malena (við Hanus).
Tú brúkti kanska ikki vitið títt, tú, tá tú fríggjaði til mín?
Hanus.
Eg kundi fingið verri konu enn teg.
Karin Malena.
Tað haldi eg við.
Hanus.
Hvør veit, um eg ikki kundi fingið eína, ið betri var, eisini.
Karin Malena (starir strangliga at honum).
Hvat sigur tú Hanus?
Hanus
Nei, nei, tað er júst tað, eg ikki veit.
Tóri (gongur fram ímóti Hanusi).
Eg hoyrdi, at tú hevði ilt at bera pápa mínum; men hvat hevur tú ímóti mær at siga.
Hanus.
At tú er sonur pápa tín!
Dagny.
Ja ja, Tóri, so fara vit bara.
Hanus.
Nei, nú skalt tú verða heima, ella verði eg óndur.
Dagny.
Vilt tú tvinga meg at vera heima?
Hanus.
Verður tað neyðugt, so . . .
Sveinur úr Miklagerði (í durunum høgrumegin)
Gott kvøld, eg látist húsvandur, komi beinan vegin inn uttan at banka uppá, - tá tað eru kend fólk, eg komi til.
Hanus.
Gert tú tað, Sveinur. Og vælkomin skalt tú vera. – Ja, her sært tú hann, Dagny, her er hann; eg hugsi, tú manst kenna Svein úr Miklagerði.
Sveinur (hábærsliga læandi).
Vilja tit sýna meg gjølla, so verið so góð, sum hann segði, missionerurin: eg eri bøllutur og líkist mær sjálvum, allastaðni. (Gongur fram á gólvið). Skal eg snara mær runt, so síggja tit meg frá øllum síðum. (Snarar seg runt fyri stuttleika).
Dagny.
Eg skal í hvussu er ikki stara holdið av tær. Kom Tóri, so fara vit.
Tóri (fegnast).
Ja, góða.
Hanus (gongur fram ímóti Dagny).
Nú hevur tú at halda teg innandura genta, hevur tú hoyrt! (Høgrumegin frá hoyrist banka á hurðina).
Karin Malena (tekur nøkur stig móti hurðini).
Hatta ætli eg man vera Kornelius, ið kemur. - Ver so góður, kom innum.
Kornelius Dungesen (kemur inn. Tekur hattin av sær. Bukkar djúpt).
Gott kvøld!
Karin Malena.
Gott kvøld og vælkomin! Nei, sum tað var stuttligt, at tú komst. Vit hava bæði lisið og sungið eftir tær.
Kornelius (rættir hond fram).
Gott kvøld, Dagny!
Karin Malena.
Ja, nú er ivaleyst long tíð liðin, síðani tit bæði sóust, - ella hvør veit, kanska tit hava funnist fyri kortum? Ta tíðina, tit gingu til prest, tá vóru tit væl kend, tað veit eg.
Dagny.
So mamma? tað dugi eg ikki at minnast.
Karin Malena.
Gingu tit kanska ikki til prest bæði sama árið?
Kornelius.
Jú, tað er einki yvir at dylja.
Hanus.
Haldið nú uppat og standið ikki har og játti hvørjum øðrum í hvørjum syfti. - Kom higar, Dagny, og rætt Sveini hond tína og heilsist, sum siður er.
Dagny (gongur fram ímóti teimum).
Um tú vilt, so skal eg taka hond hansara, og úr henni týða lagnu, honum unnist. Hygg nú her, Sveinur, og legg tað væl í geyma. (Hevur tikið hond hansara og hyggur at henni). Ikki ert tú giftur, men skuldi tú fingið tað í lag, so verður tað við einari einkju við sjey børnum. Mánaljóst verður lív títt, serliga tá tú ert hattleysur, og - síðani fjalist alt og køvist í mjørka. (Sleppir hondini. Tóri unnist væl og stuttleikar sær).
Sveinur (tekur um miðjuna á Dagny).
Dagny.
Slepp mær! - Eg eri ment at standa uttan skorðu.
Sveinur.
Ivaleyst kanst tú tað, men tað er hugnaligt at taka teg inn at mær.
Hanus.
Tú ert væl at nema við, vil eg ætla.
Dagny.
Nei, eg veit ikki reiðiliga. Eg klíni meg ikki inn at tí fyrsta tí besta.
Hanus.
Um Svein kanst tú ikki nýta slíkt orðasnið. (Við Svein) Finn tær sess!
Sveinur.
Eg fáí sitið, men - -
Karin Malena.
Ja, ger so væl, sessa teg, Kornelius.
Dagny.
Set teg niður, Tóri.
Hanus.
Eg hugsaði, at hann var búgvin at fara.
Dagny.
Hann fer ikki, fyrr enn eg fari.
Hanus.
Tá kann hann koma at steðga langa løtu.
Dagny.
So fer løtan at vera long.
Hanus.
Mær hugar einki, at tú ert vorðin so munnløtt.
Dagny.
Ja, hvønn heldur tú, eg bregði til?
Kornelius (við Dagny).
Skal frøkunin ikki - sita?
Dagny.
Frøkunin, - hvat er tað fyri eitt spæliverk?
Karin Malena (rættleiðandi).
Tað er sjálvsagt tú, kanst tú ætla. Ver nú siðilig og kom og set teg higar. (Peikar á sess undir liðini á Korneliusi.)
Dagny.
Betur dámar mær at sita hjá Tóra.
Sveinur (klappar sær á knøini).
Kom, lat meg sleppa at sita undir tær.
Dagny.
So Sveinur, tað er upp á tann hátt, tú hevur tað, at tú situr undir gentum, hvar tú kemur?
Sveinur.
Tað er einans undir tær, eg vil sita - skilur tú.
Tóri
Kom tú til mín, Dagny!
Dagny.
Ja, teg kann eg líta á. (Tóri setist undir henni).
Karin Malena (rópar).
Men, Dagny, hvat gert tú?
Hanus.
Eg meini, gentan er vorðin spinnandi ør.
Sveinur (á føtur).
Tað skuldi væl ikki verið ógjørligt at fingið handa býttlingin úr Brekkuni á dyr.
Tóri.
Er tað meg, tú eyknevnir so?
Sveinur.
Tað er tað - og eyknavnið er alt ov gott fyri teg, títt vesalavætti!
Tóri.
Og meg vil tú tveita á dyr?
Hanus
Ja, tað er klárt og greitt, og eg skal geva eina hond.
Sveinur (erpin og andbráður) Slíkt neyðaradýr seti eg meg føran fyri at taka einsamallur.
Tóri (hevur reist seg).
Unnist mær ikki innanhýsis at vera, so kann eg sjálvhjálptur leita burtur hiðani; men tað er eingin her í stovuni, sum er maður fyri at tveita meg á dyr.
Sveinur (loypur á føtur).
Hvat er her ikki? Tað skulu vit skjótt fáa at síggja. (Trívur í Tóra. Teir takast. Knappliga fellur Sveinur um rygg við Tóra oman á sær.)
Tóri (knúskar Svein).
Vil tú nú vera fólkaligur, ella - ?
Hanus (loypur til. Tekur í Tóra).
Vilt tú sjúgva teg burtur, tín forbidni eitil!
Karin Malena (rópar í stórari øsing).
Á nei! Á nei! At her skuldi verða slíkt mirakul í kvøld; og at tað skuldi henda nú, meðan Kornelius Dungesen er hjástaddur!
Tóri (sleppir Sveini. Skræðir seg leysan frá Hanusi og fer til viks).
Hanus (hóttir eftir honum).
Nú kvikar tú tær av stað, og tað í stundini.
Dagny
Ja, nú skal eg fylgja Tóra mínum vegin fram, pápi (Dagny og Tóri fara).
Hanus (í durinum, rópar).
Óargavætti! Vilt tú straks koma inn aftur!
Karin Malena (snarar runt á gólvinum, er mest sum ør. Slær saman hendur og rópar sum eitt ørt).
Og alt hetta skal Kornelius noyðast at hava sæð, - hann, sum er ein sovorðin dannaður drongur! - - -
Annar partur
ANNAR PARTUR
(Sama stova. Seinrapart í skýming. Tómur leikpallur. Kornelius Dungesen og Karin Malena koma inn vinstrumegin frá).
Karin Malena.
Ger tú nú, sum eg sigi, Kornelius. Snakka í øllum góðum upp í lag við Hanus - og fram um alt, gloym ikki at benda talu tína inn á jarðarbrúk og tílíkt, tí tað dámar honum sera væl.
Kornelius.
Tað skal eg minnast.
Karin Malena.
Tú skalt ikki trúgva tí, at Hanus er heilt ómøguligur, nei - bara ein dugir at taka hann upp á rætta mátan, so . . . Steðga her eitt vet, so kemur hann skjótt inn aftur úr hoyløðuni. Og smæðst endiliga ikki. (Fer inn aftur vinstrumegin).
Kornelius.
(Einsamallur. Gongur fram fyri spegilin og stendur har og snákar sær, hampar um slipsið og strýkur puini av sær).
Dagny (inn høgrumegin frá).
Kornelius (bregður sær knappliga. Verður nakað foyur).
Dagny.
Spegla tú tær bara Kornelius, eg skal fara út aftur. (Fer til bókhillina og tekur sær eina bók).
Kornelius (orsakar seg).
Eg hugdi bert eftir, um slipsið sat beint.
Dagny.
Tonk, ikki beint! Á nei, ver tú óttaleysur, uppi á tær man einki plaggið sita skeivt.
Kornelius.
Mær dámar ikki at vera nakað órøkjuvætti.
Dagny.
Tað kann vera so ymist við tí at vera órøkjutur. Eg ræðist øll órøkjuvættir - tað er satt, men enn meira ræðist og vamlist eg við tey, sum snobbut eru. Soleiðis er mín áskoðan.
Kornelius.
Fert tú longu av stað aftur?
Dagny.
Ja, eg havi ein, sum bíðar eftir mær uttanfyri.
Kornelius.
Kanska tað er Tóri í Brekkuni?
Dagny.
]a, tað var henda bókin, hann vildi lána.
Kornelius.
Ja so. - Sig mær, er ikki Tóri eitt órøkjuvætti, eitt, sum letur bæði líkt og ólíkt um seg ganga? - ella hvussu eg skuldi borið fram orð míni.
Dagny.
So sukursøtur og fínur sum tú er hann sjálvandi ikki. Tað er ikki hvønndagssiður hjá honum at ganga við slipsi - um tað er tað, tú sipar til.
Kornelius.
Mær tykist at slipsið kann hóska væl til hvønndagsbrúk, sjálvt her úti á landsbygd.
Dagny.
Ja, er tað so, at ein hevur hóskandi arbeiði, so. - - Øðrvísi við Tóra, hann strevar uppi á garði sínum, og tá tarnar slipsið meir enn nakað annað. Men kom ikki her og fortel, at hann ikki er reinførur og hampiliga ílatin.
Kornelius.
Tú veitst tað, ein og hvør noyðist at ganga soleiðis, sum best hóskandi kann vera. Ein ungdómur, sum stílar hægri enn at liggja og grópa í moldini.
Dagny.
Hann noyðist at ganga við slipsi, er tað tað, tú meinar?
Kornelius.
Hann má lata seg betur í. Í øllum vera øðrvísi enn fólk flest og sýna “pli”.
Dagny.
Nei, hvat sigur tú, er tað neyðugt? Tá eg her eftirdags síggi ungdóm ganga pyntaðan við slipsi, so skal eg trúgva, at hann stílar ímóti hæddini, upp um alt annað fólk. Jú, eg skal støðugt hava hatta í huga mínum. Nei, nú má eg skunda mær. Farvæl, Kornelius Dungesen.
Kornelius.
Adjø, frøkun Dagny! - Men kann Tóri ikki bíða enn eina løtu?
Dagny.
Hví skal hann tað?
Kornelius.
Tað hevur væl ikki slíkan skund við honum. Eg vildi fegin talað meira við teg.
Dagny.
Tað fer at steðga til eina aðru ferð. Tóri ætlar sær niðan aftur til garðs, og eg ætli at fylgja honum á leið. Annars kann tað væl ikki vera nakað stórvegis, vit bæði kunna hava at snakka um, Kornelius?
Kornelius.
Eg veit mangt og hvat, sum eg vildi sagt tær.
Dagny (læandi).
Um at vera fín kanska?
Kornelius (letur, sum um hann ikki hoyrir spurningin).
Eg ætlaði mær eisini at tala nøkur orð við faðir tín.
Dagny.
At fingið hann at stásað seg upp við slipsi? Tað lystir meg at síggja, tá tað fer at eydnast tær.
Kornelius.
Tað er um teg, ørindini míni eru hjá faðir tínum.
Dagny.
Um meg?
Kornelius.
Ja, um teg - og um meg.
Dagny.
Hvat er tað tá, ið liggur tær fremst í huga?
Kornelius.
Tað liggur mær fremst í huga, at eg eri góður við teg.
Dagny.
Nei, nú haldi eg meg hoyra yvir meg! - Og um tað vilt tú hitta faðir mín?
Kornelius.
Tað var ætlan mín.
Dagny.
Var tað ikki betri, at tú komst til mín við bønarorðunum?
Kornelius.
Jú, til tín eisini.
Tóri (stendur í durunum høgrumegin).
Dagny.
Er tað so, at tú biður um meg nú?
Kornelius.
Ja, eg vil biðja teg vera gentu mína.
Dagny.
Hetta var heilt syndarligt - eg eri so forharmað, men tú ert ov seinur, Kornelius.
Kornelius.
So! - Tað sigur tú.
Dagny.
Eg havi verið óskettin, eg eri longu trúlovað.
Kornelius.
Væl aldrin við hasum - - -
Dagny
Júst við honum, - Tóra.
Tóri (kvikliga fram).
Og her er hann.
Dagny.
Ert tú her, Tóri? Eg varð nakað drúgv. - Eg kom í langa samrøðu við Kornelius.
Tóri.
Eg haldi meg duga at skilja.
Dagny.
Her er bókin, tú skuldi hava.
Tóri (tekur ímóti henni).
Manga takk! Skula vit ikki fara, Dagny?
Dagny
Jú, lat okkum tað. Ja, ja, Kornelius, heldur tú teg hava meira at siga, so tala tú einans við faðir mín. (Dagny og Tóri fara).
Karin Malena (inn vinstrumegin frá).
Er Hanus ikki innkomin enn?
Kornelius.
Nei, men Dagny, hon hevur verið her.
Karin Malena.
Hevur hon verið her? Tá nyttaði tú væl løtuna og kom tær í tal við hana?
Kornelius.
Tað var júst tað, eg hevðist við, men rakk ikki á mál.
Karin Malena.
Rýmdi hon tá?
Kornelius.
Tóri í Brekkuni kom tá, og so fór hon av stað við honum.
Karin Malena.
Eg veit ikki, hvat hann gongur og rekst eftir. Hann billar sær inn, at tað skal blíva nakað millum Dagny og hann, men - - -
Kornelius
Hon segði, at tey vóru trúlovað.
Karin Malena.
Vóru tey trúlovað?
Kornelius.
Ja, tað segði hon.
Karin Malena.
Tað eru tey als ikki. Tað skal vera kolsvarta lygn, skal tað!
Kornelius.
Tað man fara at vera ringt at broyta?
Karin Malena.
Hon skal akta meg, og tað havi eg sagt henni. Eg vil, at hon skal hava ein dannaðan drong.
Kornelius.
Tað er so vituligt.
Karin Malena.
Jú men er tað vituligt. Og eg veit ongan her í bygdini, sum í so máta kann meta seg við teg.
Kornelius.
Tú veitst, eg hava lært eitt sindur.
Karin Malena.
Ja, hevur tú ikki tað. - Trúgv mær, eg havi sagt tað við Dagny, og eisini við Hanus. Og hesa ferð skal hon ganga mær til vildar, tað skal ikki svitast.
Hanus (rópar uttanfyri høgrumegin).
Karin Malena! - Karin Malena!
Karin Malena.
Ja, ja, - hvat er tað?
Hanus (rópar).
Hvar er hin blái hálsklúturin og skinnvesturin? (Letur upp hurðina) Hoyrir tú ikki hvat eg spyrji um?
Karin Malena.
Víst hoyri eg tað. Hví gongur tú so og rópar?
Hanus.
Eg skal til støðuna eftir kraftfóður til neytini.
Karin Malena.
Er tað tí, tú noyðist at rópa sum eitt ørt? Kom nú inn í stovuna. Eg skal nokk leita fram tað, tú skalt hava.
Hanus.
Skunda tær so.
Karin Malena.
Vilt tú ikki hava ein kaffimunn, áður tú fert? So kanst tú eisini steðga so leingi, Kornelius, og drekka ein munn við okkum.
Hanus.
Drekkið tit bara kaffi. Eg havi ikki stundir at bíða.
Karin Malena.
Altíð skal slíkur skundur vera á tær, tá nakað er um vegir.
Hanus.
Tá eg endiliga skal av stað, so skal eg av stað! Eg skal eisini støkka inn um gáttuna hjá Sveini í Miklagerði á heimveginum frá støðini, eg má endiliga hitta hann í kvøld.
Karin Malena.
Ja, ja, eg skal finna tær hálsklútin og vestin. Tú veitst aldrin, hvar tú heingir ella tveitir frá tær nakað klædnaplaggið. Tað er ikki nýkomið her í húsinum.
Hanus.
Tá tú so flytur tað higar og hagar og aftur og fram, tá lysti meg at vita, hvar tey kunnu vera.
Karin Malena.
Tú tvætlar, gert tú. - Skalt tú hava stivlarnar, so standa teir við bileggarovnin inni í lítlu stovu.
Hanus (gongur móti vinstri).
Tað var óført, sum tú minnist væl.
Karin Malena (fer út høgrumegin).
Hanus (kemur inn aftur við stivlunum).
Kornelius (hevur sett seg, men reisist, tá Hanus kemur inn aftur).
Hm, hm, hetta veðurlagið er gott fyri jørðina?
Hanus.
Hvat sigur tú?
Kornelius.
Eg segði - eg meinti, vætan í gjár kom væl við.
Hanus.
Á, eg veit ikki, hvat eg skal siga. Kornið er við at spillast av vætu.
Kornelius.
Men sum fyri bestum var, í dag lýsti so væl í.
Hanus.
Hava tit skorið akurin á Dungagarði?
Kornelius.
Ja, - jú, tað hugsi . . .
Hanus (meðan hann letur seg í stivlarnar).
So, tú hugsar tað?
Kornelius.
Eg havi ikki ansað eftir nú í seinastuni.
Hanus.
Hjálpir tú tá ikki til, tá harðast ástendur?
Kornelius.
Ikki er tað eiðasørt, ein lítlan mun havi eg gjørt. (Stutt tøgn. Hanus ger seg lidnan at lata seg í stivlarnar. Setur skógvarnar undir beinkin).
Kornelius.
Tað verður ivaleyst eitt gott rótaár í ár.
Hanus.
Nei, mín sál um tað verður. Snigilin legðist á tær frá fyrstu stund. Nú eru tær ormetnar, bæði í undir- og yvirvøkstri, so at siga allastaðni.
Kornelius.
Tað var spell. - Men eplini, tey koma at eydnast.
Hanus.
Bara tey ikki koma at rotna av hesum blotinum, ið verið hevur.
Kornelius.
Ja, tað er júst tað.
Hanus.
Tú ert kanska ikki ørindaleysur?
Kornelius.
Nei, - ja, - jú, - eg havi okkurt til ørindi, - jú.
Hanus
Hoyrdi tú ikki, at eg skuldi á støðina. Eg havi knappar stundir.
Kornelius.
Kann - kann eg fáa dóttur tína, Dagny? Eg meini til konu. - Eg meini, at vera góður við hana.
Hanus.
Nei, ja so tú - tú ert giftingarfúsur?
Kornelius.
Ja, eg vildi fegin átt mær hana til konu - um eg kundi fingið hana.
Hanus.
So, tað vildi tú? Nei, tað verður av ongum; tú fært hana nú aldrin. - Var tað meira, tú vildi mær?
Kornelius.
Eg má sleppa at snakka meira við teg um hetta, Hanus bóndi. Tað liggur mær fremst á hjarta.
Hanus.
Lat tú tað bara liggja.
Kornelius.
Tú skilur, eg vil stremba frameftir, vinna mær ein ella annan góðan sessin og so . . .
Hanus.
Dík tú bara á og vita so, hvussu feitur tú verður.
Kornelius.
Tú veitst, eg havi gingið á góðan skúla, og leingi.
Hanus
Jú, tað veit eg. Veitst tú, hvat tað er fyri ein skúli, tær tørvar enn at ganga?
Kornelius.
Nei.
Hanus.
Eg haldi, tær tørvar at ganga fjósskúlan - og fáa tær frískan lukt í nasarnar.
Kornelius.
Lukt?
Hanus.
Ja, fjóslukt, mykjuroyk. Tað er nakað, sum kveikir lív í slíkan kvendil, skal eg siga tær.
Kornelius (firtin).
Eg eri eingin tápulingur.
Hanus.
Ivaleyst ert tú ikki tað. Eg gav tær einans aftursvar, og hartil gav eg tær góð ráð. Er tað so, at tú eingi onnur ørindi hevur, so ert tú væl so frætt kunnugur, at eg sleppi frá at fylgja tær á leið.
Kornelius.
Eg eri bæði funnvísur og gonguførur, men eg vil hitta teg á øðrum sinni.
Karin Malena (kemur inn við vestinum og hálsklútinum).
Hygg her, Hanus, her eru pløggini tíni. - Tað tók langa stund hjá mær at finna tey; men ivaleyst er tað tú sjálvur, sum hevur sløtt tey burtur.
Hanus.
Hatta lagið er mær ikki ókunnugt. (Tekur ímóti pløggunum og letur seg í).
Kornelius (við dyrnar høgrumegin).
Adjø!
Hanus.
Farvæl hin rádni.
Karin Malena.
Ætlar tú at fara ?
Kornelius.
Ja, her haldi eg meg ikki hava meira at gera.
Hanus.
Nei, rætt er tað. Hann hevur sagt mær ørindi sítt.
Karin Malena (setur hendur í hupp).
Hevur tú nú verið tvørur og óbeinasamur aftur, Hanus, so verið eg spinnandi óð.
Hanus.
Ver tú bara óð, Karin Malena. Eg fari á støðuna. Tá eg eri komin heim aftur, tá er tú blíðkað, kenni eg teg rætt.
Karin Malena.
Eitt vil eg vita. Hvat svaraði tú Korneliusi?
Hanus.
Eftir virðinum fekk hann svar, og tað skal hann vera fegin um.
Karin Malena.
Bíða mær eina stund, Kornelius, so eg fái teg betur í tal. Men fyrst og fremst havi eg nøkur orð at siga Hanusi.
Hanus.
Skunda tær so við at skroppa og skræða teg.
Karin Malena.
Tú ætlar, at Sveinur í Miklagerði, hasin búrhundurin, skal hava Dagny; men tað skal vera kola kolsvarta nei, bæði frá mær og Dagny.
Hanus.
Er tað Sveinur, tú nevnir búrhund? Eg skal siga tær eitt, Karin Malena, - líka gott leypa í tað sum krúpa í tað, - mær tørvar pening.
Karin Malena.
Pening?
Hanus.
Ja, eitt lán, og tað í stundini. Og Sveinur er múgvandi, og tí skal hann eisini hava dóttur mína.
Karin Malena.
Tú ætlar at selja hana fyri pening?
Hanus.
Tú ert ein tápulingur. Eg selji hana sjálvandi ikki, hevur nakar hoyrt slíkt býtt prát; men tá hon fær ein múgvandi mann, so er hon bjargað fyri allar tíðir og sleppur frá at syrgja um dagin í morgin. Eg vil henni væl, og tað sum best er fyri meg, og eisini fyri teg, um tú er so fræg, at tú dugir at skilja tað.
Karin Malena.
Tú er óførur at práta . . .
Hanus.
Óførur? Óførur, ja! Tú ert sinnað at selja Dagny fyri “dannilsi”, fyri skúlalærdóm og alt tílíkt “fínt”. Skal eg velja ímillum pening og “dannilsi”, so taki eg blunkandi peningin, hann haldi eg meg hava skil til at brúka.
Karin Malena.
Slíkt ørvitistos skal eg noyðast at lurta eftir. Men legg tú ikki eitt petti í alt hetta her, Kornelius, eg skal lova tær at taka mær av Dagny, og - - ja, eg skal fylgja tær á leið, um so er, at tú endiliga ætlar at fara.
Hanus.
Ja, tað hóskar væl fyri teg at ganga og tita saman við slíkum sprellimanni. Fínt skal tað vera.
Karin Malena.
Hví kann eg ikki sleppa at fylgja Korneliusi á leið?
Hanus.
Far tú bara og tvassa saman við honum, - eg haldi, at fylgið er hóskandi og “fínt”.
Karin Malena.
Eg hevði ætlað tær ein kaffimunn, Kornelius, men - -
Kornelius.
Nei takk.
Karin Malena.
Ja ja, tú skalt hava munnin til góðar til eina aðru ferð. - Eg skal bara lata meg eitt sindur í; so, nú fara vit (Kornelius og hon fara).
Hanus.
Tað var ein lætti at sleppa frá hasum harkaliðinum. (Hyggur at urinum). Nú má eg pílar og skot skunda mær. (Hann fer eisini út høgrumegin).
(Eina rúma løtu stendur leikpallurin tómur. Tá koma Dagny og Tóri inn saman).
Dagny.
Hjá okkum er best at koma inn í tóma stovu.
Tóri.
Aftur og fram er líka langt.
Dagny.
Vit eru ófør at fylgja hvørjum øðrum á leið. Fyrst fylgi eg tær nærum heim, og síðani tú mær.
Tóri.
Eg eri bestur. Eg fylgi tær beinan vegin inn í stovuna.
Dagny.
Pápi skuldi bara sæð okkum nú.
Tóri.
Tað var eingin skaði, um so var.
Dagny (lær við)
Vit bæði, tú og eg, eru ment at standa ímóti sjálvt teimum gomlu.
Tóri.
Heldur tú ikki, at tey skjótt fara at gevast bæði, faðir og móður tín?
Dagny.
Líkindini eru alt annað enn góð. Pápin prátar einans um Svein í Miklagerði og mamman mýkir um Kornelius Dungesen. Mær stendur til at velja; annan má eg væl hava.
Tóri.
Tað skal vera tær eitt váðaverk.
Dagny.
Verður tú illur við meg tá?
Tóri.
Ja, tað verði eg.
Dagny.
Og harmur eisini?
Tóri.
Eisini tað. Ja, mest tað seinasta, hugsi eg.
Dagny.
Góði Tóri mín, tú skalt sleppa frá bæði ilsku og harmi. Tú veitst tað so væl, aldrin unnist eg hjá øðrum enn tær.
Tóri (fevnir hana).
Á, góða genta mín! (Hon hellir høvur at bringu hansara. Tey standa so eina løtu).
Hanus (kemur kvikliga inn).
Óreint veri í skili. Hvat tramin er hetta fyri nakað?
Dagny.
Sært tú ikki, pápi? Hetta eru bara vit bæði.
Hanus.
Vit bæði! Vit bæði! Havi eg ikki sagt tær tað ferð eftir ferð, at tú skalt skýggja son Óla í Brekkuni, og nú skalt tú pílar og skot akta.
Dagny.
Heldur tú, at tað er minkan fyri meg, um eg standi saman við honum her?
Hanus.
Eg vil ikki síggja tað, havi eg sagt tær.
Karin Malena (kemur inn aftur. Við Hanus).
Ert tú ikki farin enn?
Hanus.
Farin! Hvussu skal eg vera farin tá aktýggini hjá Svørtu eru sundur- slitin? Nú noyðist eg at bøta tey. Ella eisini fara av stað við Brúna, og tað veitst tú, hann er meira skjarligur.
Karin Malena.
Hetta var út av øllum lagi.
Hanus.
Ja, út av øllum Guðs skapta lagi. Og nógv verri enn so. Tá eg komi inn her í áðni, tá stóðu hesi bæði og kroystust, alt tey vóru ment.
Karin Malena.
Hvat sigur tú? Tað ber ikki til!
Hanus.
Tað er ein løgin dóttir, tú eigur.
Karin Malena.
Er hon ikki eisini dóttir tín?
Hanus
Tramin viti, hvat hon er. Hon bregður ið hvussu er ikki til mín.
Dagny.
Vit kroystust slett ikki, pápi, vit stóðu bara saman bæði.
Hanus.
Fevndi hann teg kanska ikki?
Tóri.
Jú, tað gjørdi eg, Hanus, og nú geri eg tað um aftur. Hygg her! (Fevnir Dagny).
Karin Malena.
O, Harrans evindaligheit! Kenna tit ikki til afturhald og “dannilsi”?
Hanus
“Dannilsi”, tey! Hvar skuldu tey hava fingið tað frá?
Dagny.
Vit hava nakað, sum er nógv betri enn alt tað “dannilsið”, tú mamma snakkar so ofta um.
Karin Malena.
Hvat skulu vit siga, at tað er?
Hanus.
Nú skulu vit hoyra!
Dagny.
Tað er: - at Tóri og eg eru góð, hava bundið ástarband!
Hanus.
Ja. so, lítla mín! Ástarband sigur tú! – Nei, so pínadoyð eru tit ikki góð, - býttlingar!
Triði partur
TRIÐI PARTUR.
Sama stova. Sama kvøldið - Nakað seinni við lampuljósi. - Tað er hongt upp fyri vindeyguni.
Hanus og Sveinur sita við borðið. Teir hava brennuvínsfløsku og gløs frammanfyri sær. -
Hanus (skeinkir í gløsini).
Vit fara at taka okkum eitt glas aftrat, Sveinur . . .
Sveinur.
Eg sigi takk! - Hetta er avbæra gott!
Hanus (hevur skonkt).
Eg sigi skál, Sveinur!
Sveinur.
Takk og skál, Hanus!
(Teir drekka).
Hanus.
Eg skal eisini á støðuna í kvøld.
Sveinur.
So, skalt tú tað?
Hanus.
Svarta óreinskusetta hevur slitið mær aktýggini, so eg noyðist at fara av stað við Brúna.
Sveinur.
Er tað ikki rossið, ið er so hættisligt at koyra við?
Hanus.
Jú, tað hevur so at siga ikki verið fyri vagni, síðani húskallurin fór í heyst.
Sveinur.
So eigur tað ikki at vera batnað.
Hanus.
Nei, tað man nakað fara at gumpa og reisa granar, tá tað kennir týggini á sær, tað skal eg vedda um.
(Lítil tøgn).
Sveinur.
Er Dagny ikki inni?
Hanus.
Nei, hon er ikki inni, men eigur at fara at vera skjót. Tað var nú gott, at tú komst higar í kvøld. Tað kom sera væl við.
Sveinur.
Hvat er tá her á vási?
Hanus.
Skulu vit ikki taka okkum ein lítlan aftrat? (tekur fløskuna).
Sveinur.
Jú, tú veitst, mær býðst ikki ímóti.
Hanus.
Tað mundi eg hugsað. (Skeinkir í gløsini) Ja, ja, skál!
Sveinur.
Skál! Leika so eydnan við tær, skál! Æh - hesin var nærum betri enn frálíkur.
Hanus.
Ja, Sveinur, tað er, sum tey siga, ein kann tað sama leypa í tað sum krúpa í tað. Eg eri í stundini komin soleiðis fyri, at mær trýtur 500 krónur.
Sveinur.
Ja so.
Hanus.
Tú skalt fáa hvørt oyra aftur innan allahalganna.
Sveinur.
Ætlar tú at lána peningin frá mær?
Hanus.
Eg hugsaði so. Tað var tankin, tú skalt fáa . . .
Sveinur.
Hm - ja - hm, tað veldst um, hvat Dagny sigur.
Hanus.
Hvat hon sigur?
Sveinur.
Sigur hon ja at vilja hava meg, so . . .
Hanus.
Kanst tú ikki lána mær teir kortini? Nú, alt í einum. Eg veit, at tú hevur teir til.
Sveinur.
Tað havi eg eisini. Men ikki eitt reytt oyra, fyrr enn hon hevur sagt mær ja.
Hanus.
Ikki hevði eg trúð slíkt um teg, Svein.
Sveinur.
Hvat hevði tú ikki trúð?
Hanus.
At tú kundi fara at blanda kærleik og pening soleiðis saman. Vit skuldu tá verið so frægir vinmenn, at tú kundi hjálpt mær við hasum peningunum, annaðhvørt Dagny svaraði tær ja ella nei.
Sveinur.
Tá eg eri komin at biðja um dóttur tína, tá er tað, tí eg vil hava hana - og vilt tú ikki geva mær dóttrina, - gott, men so kanst tú heldur ikki vænta, at eg fyri tína skuld skal tveita burtur í hundraðtal av krónum.
Hanus.
Tað hevur higartil altíð verið ætlan mín, at tú og Dagny skuldu koma saman, ja, tað hevur tað so sanniliga verið, til henda dag. - Og um nakað serligt stóð í váða, skuldi eg ivaleyst greitt meg úr fløkjuni - men soleiðis sum tú í kvøld hevur flutt fram orð tíni, eri eg farin at ivast stórliga, um slík ætlan man vera røtt.
Sveinur (reisist).
Ja, sum tú vilt, royn tú bara onkran annan og vita so, um tú finnur gull undir hvørjum steini.
Hanus.
Royndina skal eg gera. Og ikki man tað fara at verða, at mær fer at miseydnast - frá einumhvørjum man hjálpin fara at koma. Men teg, Svein, hevði eg hugsað mær at verið heilt øðrvísi, enn eg nú havi roynt og skilji, at tú ert. Vardi meg hetta, aldrin hevði eg orðað við teg um hjálp.
Sveinur.
Sum tú vilt; tú um tað . . . Men enn kanst tú fáa peningin.
Hanus.
Nú, alt í einum?
Sveinur.
Nei, bíða eitt sindur! í somu stund sum Dagny játtar mínurn bønarorði, skalt tú fáa lánið.
Karin Malena (stendur í durinum vinstrumegin).
Hanus (loypur á føtur).
Trýr tú eg selji dóttur mína fyri lumpnar 500 krónur, so er tú á skeivari leið. Tað verður ikki Hanus undir Heyggi, sum ger slíka skarnsgerð. Og nú kanst tú siga takk fyri teg og snapsarnar; eg bjóði tær ikki fleiri. (Setur tøppin í floskuna og fer innar í kamarið).
Karin Malena (kemur fram).
Nú vart tú ein knevil, Hanus. Kann Kornelius ikki koma nú?
Hanus.
Halt kjaft við tínum Korneliusi; eg vil hvørki síggja hann ella hoyra hann gitnan. (Fer innar í kamarið við fløskuni).
Sveinur.
Hvar finni eg Dagny?
Karin Malena.
Hvat vilt tú henni?
Sveinur.
Alt, sum vera kann henni til bata.
Karin Malena.
Tað eri eg í iva um.
Hanus (kemur inn aftur).
Skulu handilstøðini koma heim í kvøld, tá sleppur Brúna at royna seg.
Karin Malena.
Kanst tú ikki steðga til í morgin við hasi koyringini?
Hanus.
Í morgin! Tá havi eg annað at gera. Best er at greiða hetta úr hondum í kvøld.
Karin Malena.
Ver ansin, tá tú koyrir við Brúna, og minst til, at hann er ólátaður.
Hanus.
Undir mínum hondum verður Brúni tamdur. (Fer út høgrumegin).
Sveinur.
Ert tú ill við meg, Karin Malena?
Karin Malena.
Ill við teg?
Sveinur.
Havi eg nervað teg á nakran hátt?
Karin Malena.
Eg veit ikki júst tað.
Sveinur.
Um eg nú beri fram bønarorð mítt fyri Dagny, ætlar tú so at sýta mær hana?
Karin Malena.
Tvætla ikki soleiðis, Sveinur, tú ert alt ov gamal fyri hana.
Sveinur.
Eg? Eg gamalur! (Ger seg andbráðan). Eg eri unglingur, spelkin og fúsur.
Karin Malena.
Hvør sigur tær annars, at Dagny ber tokka til tín?
Sveinur.
Tit vilja kanska, at hon skal giftast við einum lúsavætti. (Slær hondina á lumman). Eg eri einki olmussudýr.
Karin Malena.
Um tú bert hevði havt vunnið tær allan peningin á rættvísan hátt, so var eingin vandi.
Sveinur.
Hvat, - hvat sigur tú? Hvat heldur tú? - Trýr tú, at eg við órættvísi havi vunnið mær pening?
Karin Malena
Eg trúgvi, sum eg vil.
Sveinur.
Og tú hevur dirvi, tín kellingakjaftur, at ivast um at - at -
Karin Malena (bangin. Gevur seg undan).
Náði meg, - ert tú vorðin ørur? Slepp tær út í stundini.
Sveinur (eltandi).
Eg spyrji eftir dirvi tínum!
Karin Malena (rópar).
Á, hjálp! Hjálp!
Dagny (inn høgrumegin frá).
Eg hoyrdi neyðarróp. - Hvat hevur tað at týða?
Karin Malena.
Á! Á Dagny, kom mær til hjálpar móti hasum gálgamanninum.
Sveinur.
Eg - eg vildi aldrin móður tíni at meini. Eg einans spyrji um - - -.
Karin Malena.
Hann leyp eftir mær, og troðkaði. Eg eri so bangin fyri honum.
Dagny.
Hvat eru ørindi tíni her, Sveinur?
Sveinur.
Ørindini? Fyrst og fremst vil eg hitta teg. Eg spyrji teg: vilt tú hava mann við stórum garði og nógvum peningi, so kanst tú fáa meg; men tú er kannska um at ivast?
Dagny.
Mær brellast hvørki eftir garðinum ella peningi tínum, - tú skal hava ríkidømi títt í frið fyri mær.
Sveinur.
Kundi tú ikki hugsað tær at verið eitt lítið sindur góð við meg?
Karin Malena.
Troysti og verji okkum, hann fríggjar upp á lívið!
Sveinur (peikar at kamarinum).
Far tú har innar, Karin Malena, og lat meg sleppa at tala við gentuna í einrúmi.
Karin Malena.
Nei, men um eg geri.
Dagny.
Vit bæði hvørki hava havt ella koma at hava nakað saman, Sveinur. Og tí haldi eg, at tað er beinast, at tú leitar tær heim aftur í Miklagerði.
Karin Malena.
Ja, góði tú, Sveinur, ger tað.
Sveinur (tekur upp úr innara vestalumma eina tjúkka seðlabók).
Halda tit meg vera nakað rekavætti? Tað er tað, eg vil vita.
Dagny.
Nei, óivað ert tú ein ríkur knarkur.
Sveinur.
Segði tú knarkur? Hø!
Dagny.
Eg skal siga knassi, um so er, at tað fellur tær betur.
Sveinur.
Og meg skoytir tú ikki um. Tú veitst ikki, hvussu býtt tú ert.
(Tað dunkar á dyrnar høgrumegin).
Karin Malena.
Hvør kann hetta vera sum dunkar? - Kom inn!
Kornelius (kemur inn).
Góðan dag!
Sveinur
Nú er kvøld, Kornelius. Tín ørvitisknokkur! Tú heilsar sum ein toskur.
Karin Malena.
Vælkomin skalt tú vera, Kornelius; Sveinur í Miklagerði tíggjar sær soleiðis, at vit vita ikki, um vit eru keyptar ella seldar.
Sveinur.
So, tað vita tit ikki! Men tit vilja óivað hava meg á dyr skjótast gjørligt?
Karin Malena.
Ja, góði tú, far!
Dagny.
Vit eru fegnast, tá vit síggja bakið á tær, royn tí at taka ferð undir teg og far!
Sveinur.
Men vita um eg eri sinnaður til tess! Eg fari, tá ið mær lystir . . .
Kornelius.
Hugsa tó eitt sindur um, hvar tú ert staddur.
Karin Malena.
Ja, hugsa um tað, Sveinur.
Sveinur (fram ímóti Korneliusi).
Eg helt meg hoyra eina lús hosta. - Skuldi tú ikki hugsað um tað sama? Eru ikki bæði tú og eg ókunnumenn her?
Karin Malena.
Hann fer ikki fram sum tú. Hann er ein dannaður drongur.
Sveinur.
Tað er ikki so at skilja, eg kann fara, hvat stund ið vera skal; men um nakar hugsar um at koyra meg - steðga! Steðga sigi eg! Hoyra tit tað?
Dagny.
Um bert Tóri hevði verið her, so skuldi eg fingið hann til at vent upp og niður á tær, - og tað so fort sum at venda pannukøku.
Sveinur.
Tú prátar sum eitt býtt, konufólk, heimalomb og dunnur, sum maðurin segði. Men nú vil eg berjast við Kornelius. Tú bert teg ikki undan Kornelius?
Kornelius.
Jú, eg vil ikki berjast.
Karin Malena.
Fólk, sum hava eitt sindur av “dannilsi”, berjast ikki.
Sveinur.
Kornelius hevur hópin av “dannilsi”, - eg síggi tað á honum. Hann hevur ikki bert eitt sindur av “dannilsi”. Men bíða - bíða, sigi eg, lat meg fáa fingrar í hann, so skal hann koma at kenna eitt annað “dánilsi”. (Fer eftir Korneliusi, ið rýmir undan).
Dagny.
Nei, hetta er ov galið! Vil eingin fara ímóti hasum óargabeistinum, so skal eg. Hvar man byrsan vera? (Fer inn í kamarið og kemur alt í einum út aftur við einari stórari, gamlari byrsu). Vilt tú nú skrubba av við tær og tað í stundini, ella skalt tú fáa skot í bakendan, so bæði eldur og neistar skulu rúka. (Leggur hyrsuna til kjálkan).
Sveinur.
Og teg havi eg fríggjað til! Tað tykist mær illa at rýma. Teg skuldi eg havt til konu!? Aldrin! (Skundisliga út høgrumegin).
Karin Malena.
Sóu tit nú ferðina á hasum ræðuskítinum?
Dagny (lær so hjartaliga).
Stuttligast av øllum er tað, at byrsan er ólødd. Hygg, hetta gamla hesputræið av einari byrsu, sum kundi fáa Svein at ræðast.
Kornelius.
Tú veitst, at ikki skuldi nógv til at koyrt Svein á dyr, um so var at tað gjørdist neyðugt.
Dagny.
Hví koyrdi tú hann ikki á dyr tá?
Karin Malena.
Kornelius vildi ikki dálka hendur sínar við at nema við Svein.
Dagny.
Nei, tað vildi eisini verið synd fyri tær fínu hendurnar við tí eyma holdinum.
Karin Malena.
Nú skalt tú vera góðslig og snakka vinarliga við Kornelius.
Dagny.
Eg havi einki ilt sagt um hann.
Karin Malena.
Nú fari eg uttar í køkin og seti ketilin útá, - meðan kunnu tit sita her í góðum friði og - samráðast.
Dagny.
Tað er betri, at eg taki mær av ketlinum. So kunnu tit seta tykkum at práta saman, tað eru tit óivað von at gera.
Karin Malena.
Stendur tú og tvætlar. - Finnið tykkum bara sess. (Fer út høgrumegin).
Dagny.
Hvussu? Skuldu vit ikki seta okkum?
Kornelius.
Helst skuldu vit tað. (Tey setast, hvør á sín stól nakað væl frá hvørjum øðrum).
Dagny.
Hvat kunnu vit nú hava at snakka um?
Kornelius.
Tað sum tær lystir.
Dagny.
Eg hugsi, at tað verður gott veður í morgin.
Kornelius.
Er tað nakað at snakka - um veðrið?
Dagny.
So skuldi tú funnið upp á nakað, sum var meira forkunnugt.
Kornelius.
Eg ætli at studera víðari.
Dagny.
Til prest, kanska?
Kornelius.
Tey har heima halda so.
Dagny.
Mestur verður tað, at tú kemur at gifta Tóra og meg; men tá mást tú sanniliga skunda tær við studeringini. Vit kunna ikki bíða í áravís.
Kornelius.
Tú situr bara og argar meg. Kundi tú ikki verið eitt sindur góð við meg? Hvat sigur tú, um tað vóru vit bæði?
Dagny.
Sit ikki har og tvætla, Kornelius! Eg havi sagt tær tað einaferð fyrr, og eg skal taka tað upp aftur: Eg eri trúlovað, og tað er við Tóra í Brekkuni.
Kornelius (reisist).
Ja so er einki meira her fyri meg at gera.
Dagny.
Fert tú longu?
Kornelius.
Best man vera at leita sær heim. Tað er niðamyrkur, og vegurin er langur.
Dagny.
Hav tað gott!
Kornelius.
Takk, tær tað sama! (rættir henni hond). Og so vil eg ynskja tær góða eydnu.
Dagny (tekur hond hansara).
Takk skalt tú hava.
Kornelius (í durunum).
Adjø, Dagny!
Dagny.
Farvæl Kornelius. Kom tær væl heim.
Kornelius (fer).
Dagny (meðan hon gongur og ruddar, trívur hon í ein ella annan sangin).
Karin Malena (stendur í durunum og kagar).
Nú skal eg alt í einum seta ketilin útá. Eg noyddist fyrst at fara og taka inn nøkur klædnapløgg, ið hingu á snórinum. (Kemur inn í stovuna). Men hvar er Kornelius?
Dagny.
Hann er á heimveginum.
Karin Malena.
Fór hann?
Dagny.
Hann mundi ikki halda, at her var nakað at steðga eftir.
Karin Malena.
Tað var løgið. - Tú koyrdi hann væl ikki á dyr?
Dagny.
Nei sanniliga, byrsuna nýtti eg ikki. - Vit skiltust í góðari semju.
(Hanus og Tóri koma inn høgrumegin frá).
Karin Malena.
Hvat dekan er hetta? Kemur tú longu aftur frá støðuni, Hanus?
Hanus.
Brúni gjørdist balstýrin . . .
Karin Malena.
Gjørdist hann balstýrin?
Hanus.
Jamen gjørdist hann so - og hevði ikki Tóri verið mentur at støðgað honum, so var óivað gingið heilt galið . . .
Karin Malena.
Nei, hvat sigur tú!
Hanus.
Eg var komin oman ímóti hini knøppu snaringini í Longubrekku, tá støkkur kom á Brúna. - Eg royndi, alt eg var mentur, at støðga honum; men eg føldi so væl, hvussu hann vann yvir mær. - Ferðin vaks, - og at endanum tók at sortna fyri mær, - tá helt eg meg hóma ein skugga. - - Tá avtornaði, stóð Tóri og helt í grímuna á Brúna og snakkaði upp í lag við hann. - Tóri var skuggin, eg helt meg hava sæð, og sum hevði verið mentur at støðga Brúna; annars hevði hann runnið okkum báðar beinan vegin til deyðis.
Karin Malena.
Nei, hvat er tað, tú fortelur!
Hanus.
Síðan tók Tóri teymarnar og koyrdi heim aftur higar! -
Tóri.
Eg ætlaði mær henda vegin í kvøld, og so - -
Hanus (fegin).
- Og so komst tú í tí røttu løtuni - skuldi tú sagt, ja, tað gjørdi tú eisini, Tóri. - Og nú koyri eg ikki aftur til støðuna í kvøld.
Dagny.
Hvat heldur tú um at fáa ein kaffimunn nú pápi? - Eg skal seta ketilin út á . . .
Hanus.
Ja, sanniliga treingja vit til okkurt at styrkja okkum við, - bæði eg og Tóri. - Og hoyr dóttir mín áðrenn tú fert. - Eg havi kanska verið væl so tvørur við teg, - nú í tí seinastu tíðini. - -
Dagny.
Hvussu tá, pápi?
Hanus.
Tú veitst, at tá tú vildi hava Tóra, tá setti eg meg ímóti bæði við hond og fót. - Men er tað so, at tú endiliga vilt hava hann, - og at siga um hann skoytir um teg, - so mugu tit heldur koma saman.
Dagny (strálandi).
Á, góði pápi!
Tóri.
Júmen skoyti eg um hana. Um so er, at tú Dagny vilt hava meg?
Hanus.
Tær nýtist ikki at spvrja, hugurin dregur.
Karin Malena.
Men, - men -
Hanus.
Ja, ja - Karin Malena, eg veit væl, hvat tú hevur at siga; men tú sært, í hvørja leið tað ber. Her er eingin, ið spyr um “dannilsi”, tað sært tú. Dagny, dóttir okkara, fær ein sterkan og klófastan mann, og tað kemur væl við, kenni eg dóttur mína rætt.
Viðmerkingar
Viðmerkingar
Maðurin, ið skrivaði leikin “Giftingarfør genta”, er Torvald Tu, føddur á Jaðri (Jæren) í Noregi – hetta er landsluturin suður frá býnum Stavanger. Torvald Tu var føddur 22. juli 1893 í Klepp. Farin úr skúlanum arbeiddi hann eitt skifti sum bakari, annað á niðursjóðingarvirki, men hann hevði hug at skriva.
Tá ið hann var fjúrtan ára gamal, kom fyrsta yrking hansara á prent í “Stavanger Aftenblad”. Í høvuðsheitum skrivaði hann á nýnorskum við nógvum drøgum úr tí bygdarmáli, ið nevnt verður jærsk, tað er bygdarmál í útsynningsnoregi, sum fólk í kommununum Klepp, Time, Hå, Gjesdal og Bjerkreim tala ella talaðu – um 50.000 fólk tilsamans. Hann skrivaði 56 bøkur – ævintýr, stubbar, yrkingar, leikir og skaldsøgur – tann fyrsta var “Storbrekkmyri. Spelstykke i ei vending”, sum kom út í Stavanger í 1914.
Kendastur var hann fyri løttu leikrit síni, sum hugtóku fjøldina men ikki ummælarar. Best umtókti leikurin mundi vera “Kjærleik på Lykteland“ (1927), sum Det Norske Teatret setti á pall. Undirtøkan var so góð, at leikurin gekk nógv longur, enn nakar hevði ímyndað sær, og skipað varð fyri, at tveir leikbólkar fóru at ferðast við honum samstundis, annar á vesturlandinum, hin í Norðurnoregi.
Hann ummælti eisini skaldskap og skrivaði í bløð og tíðarrit.
Frá 1937 búði Torvald Tu í parlagi saman við tónaskaldinum og klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898–1969). Eyðvitað var skrásett parlag ikki lógarfest í Noregi tá.
Vinmenninir vóru – so skilst av greinarstubba í “Dimmalætting” 2. desembur 1931 – í Føroyum eina ferð:
“Norsk kvøldskemtan. Við “Lyru” seinasta leygardag komu yrkjarin Torvald Tu og pianisturin Trygve Stangeland higar, og var tann fyrsta kvøldskemtanin hildin sunnudagin kl. 5.
Torvald Tu byrjaði við at siga fram eina yrking til Føroya og las síðani upp av egnum yrkingum og smásøgum, ið vóru sera stuttligar, men við hvørt hevur tað óivað verið heldur torført hjá áhoyrarunum til fulnar at skilja tær norsku dialektirnar. At enda sang Torvald Tu nakrar soloir, ið fólk stuttleikaðu sær væl yvir.
Trygve Stangelands frálíka pianospæl var væl fagnað av áhoyrarunum.”
Óvist er, hvør ið yrkingin til Føroya var, men í “Dagblaðnum” fríggjadagin 10. juni 1949 finna vit prentaða hesa yrking hjá skaldinum:
Stig sol!
Stig sol over fjell –
sign landet med nykveikt og dagvaken eld!
Hels folket som vaknar or nattkvila lun
med stråleleik vidt over heimar og tun!
Hels øyane alle frå høgfjell til strand!
Stig sol, lat det lysa kring Færøya-land!
Eftir kríggið fekk Torvald Tu eitt neps frá norska rithøvundafelagnum, av tí at hann í 1943 hevði givið fýra bøkur út, samstundis sum yrkisfelagið hevði lýst verkfall og mælt til, at høvundar einki góvu út, fyrr enn kríggið var av.
Hann umbar seg við, at hann búði langt frá Oslo og mátti geva bøkur út, skuldi hann hóra undan fíggjarliga og fáa mat í munnin. Hann fekk eina átalu.
Torvald Tu verður mangan borin saman við væl umtókta yrkjaran Alf Prøysen, sum sjálvur segði seg hava Tu sum fyrimynd.
Hann doyði 15. januar 1955.
*
Fýra av leikunum hjá Torvaldi Tu eru týddir til føroyskt og givnir út:
“Kjærlege par”, folkespill, 1926. Á føroyskum: “Vinarlig hjún”, 1927. (LEIKRIT 17, 2016
“Giftande gjenta”, lystspill, 1927. Á føroyskum: “Giftingarfør genta”, 1929.
“Eld i hjartekrå”, folkekomedie, 1928. Á føroyskum: “Ástarbragd”, 1936.
“Gift deg!” Komedie i 3 akter, 1935. Á føroyskum: “Gift teg”, 1942.
Sami maður hevur týtt allar fýra leikirnar. Tað er Nyholm Debess, sum var føddur í 1882 í Havn. Sekstan ára gamal fór hann í 1898 yvir til Bergen í rørleggjaralæru, og tá ið hann í 1904 kom heim aftur til Havnar, bar hann við sær minni um felagsskap og samanhald millum ungdóm í Noregi.
Hann var ivaleyst hin fyrsti, ið bar upp á mál seta á stovn Havnar Ungmannafelag (stovnað í 1906). Nyholm Debess var samfelagsáhugaður maður, sum drúgt áramál røkti politiskt starv bæði sum býráðslimur í Havn og sum løgtingsmaður umboðandi Sjálvstýrisflokkin.
Hann var eisini yrkjari og týðari. Úr nýnorskum týddi hann, sum nevnt, fýra sjónleikir eftir Torvald Tu, ein leik, “Eydnismenn”, 1949 eftir Olav Hougen, og í 1934 kom út einasta yrkingasavn hansara “Yrkingar og týðingar”.
Nyholm Debess doyði í 1952.
Í 1998 gav forlagið Sprotin út bókina “Aldan og onnur brot: yrkingar, søgur og røður í úrvali/Nyholm Debess”. Martin Næs og Janus Mohr løgdu til rættis.
“Giftingarfør genta” kom út í 1929, men er prentaður sum framhaldsgrein í Tingakrossi frá 9. januar til 27. apríl hetta árið.
“Sosialurin” ummælti leikin 11. juni 1929. Undir ummælinum stendur x.x.
“Undir felagsmerkinum “Sjónleikur fyri ungmannafeløg” hevur harri Nyholm Debess nú sent út annan sjónleikin í føroyskari týðing: “Giftingarfør genta”, ið er skrivaður av sama skaldi sum “Vinarlig hjún”, Torvald Tu, men fer tó nógv ímllum hesar báðar sjónleikir, tá hesum seinna trýtur sangirnar, ið altíð lívga og fjálga um leikir.
“Giftingarfør genta” fyriferst á einum bónagarði. Bóndin er nevndur Hanus á Heyggi, kona hansara Karin Malena. Tey eiga dóttur, ið nevnist Dagny, ið nú er so mikið tilkomin, at bæði tey gomlu halda hana vera giftingarføra.
Hanus á heyggi og konan sita tí í orðadrátti um, hvønn drong ið Dagny skal hava. Hvør heldur upp á sín, og orðafelli verður av teirri søk ikki av tí vakrasta. Tí meðan Hanus, ið er í peningatrongd, vil hava Dagny at giftast við Sveini í Miklagarði, einum ríkum bóndasyni í grannabygdini, so vil Karin Malena hava dóttrini ein bæði “fínan” og “dannaðan” mann, Kornelius Dungesen, ið gongur á lærda skúla. Bæði eru tey bráðræsin og ætla at fáa hesa gisting frá hondini skjótast møguligt, og hava tey, uttan at vita av hvørjum øðrum, boðsent báðum biðlunum. Hanus hevur bið Svein komið til garðs, og Karin Malen hevur strongt á Kornelius um at koma sama kvøldið.
Meðan hesi bæði gomlu stríðast um, hvønn ið Dagny skal hava, og sent boð eftir ikki minni enn tveimum biðlum, so hevur Dagny funnið sær ein hjartans vin í Tóra í Brekkugarði, sum hon í loyndum heldur smáar fundir saman við.
Nú ber soleiðis á, at Dagny kemur inn í stovuna, og tey gomlu royna nú hvør í sínum lagi at fáa gentuna til at játta at taka ein av teimum báðum, sum nú stendur henni í boði. Men Dagny er ráðakvik og rópar inn Tóra og sínir nú foreldrunum fríggjara sín, ið hon sjálv hevur kosið sær. Tey gomlu verða illa við. Hanus brigdar Tóra eina skálkagerð faðir hansara. Men hetta elvir ikki skilnað ímillum tey ungu.
Nú kemur Sveinur, og hann roynir sínar snildir fyri at vinna Dagny, men hon vikast ikki, hóast Sveinur roynir at taka eftir henni og fevna hana.
Í hesum viðfangi kemur so hin triði biðilin, Kornelius Dungesen. Nú gerst leikpallurin ein sannur hurlivasi, ið endar við, at Sveinur loypur á Tóra, og teir takast, men Sveinur verður við undirlutan. So flýggjar Tórur á dyr fylgdur av Dagny. Her sígur tjaldið í fyrsta parti.
Í øðrum parti ger Dagny upp við Kornelius, so at hann ikki heldur vera stórt at bíða eftir og rýmir av garði.
Í triðja parti verður eisini Sveinur greiddur frá hondini, og nú eru báðir kneysarnir burtur, ið forða skuldu Dagny hjúnalag við Tóra. Men nú ber so væl á, at Hanus bóndi á síni akferð til býin hevði verið illa skølsettur, tá ið hin ólátaði hesturin hjá honum leyp, um ikki Tórur hevði komið honum til hjálpar og handtikið hestin.
Hetta bragd Tóras var nóg mikið hjá teimum gomlu at geva honum Dagny í stundini.
Ein livandi og lættur sjónleikur. Frálíkur fyri ungmannafeløg og er eisini væl hóskandi til upplestur. Kostar 1 kr. 50 oyr. Fæst hjá útgevaranum.”
Sambært yvirliti hjá Føroya landsbókasavni er leikurin framførdur á fyrsti sinni í 1930 – á Velbastað. Tað eru møguliga eisini velbastaðfólk, sum framføra hann í Sjónleikarhúsinum í Havn um ólavsøkuna 1931. “Føroya Social-Demokratur” 28. juli 1931 sigur frá hesi framførslu:
“Tírskvøldið 28. juli kl. 8 og mikukvøldið (ólavsøkukvøld) kl. 7 verður framført í Sjónleikarhúsinum í Havn
GIFTINGARFØR GENTA
Skemtileikur í 3 pørtum av Torvald Tu. Umsett hevur Nyholm Debess.
Atgongumerki til vanligar prísir verða at fáa í H.N. Jacobsens bókahandli og við inngongdina.”
Í 1940 er leikurin aftur á palli í Sjónleikarhúsinum.
“Dagblaðið” skrivar 6. februar 1940:
“Nú leygarkvøldið seinast hevði ungmannadeildin hjá N.I.O.G.T. føstulávintsveitslu, og millum skemtanina var sjónleikur “Giftingarfør genta” framførdur.
Um henda sjónleik er at siga, at hann varð frálíka væl spældur. Øll tey leikandi eru heilt ung, men hóast tað kláraðu tey at spæla henda leik so gott, at hann ikki stóð aftan fyri tað, sum verður framført í Sjónleikarhúsinum. Fleiri av teim leikandi hava sera góð evni at leika, og tey, sum høvdu høvi at síggja sjónleikin, søgdu, at spell var, at tað ikki var alment, so at havnarfólk kundu sæð, hvat N.I.O.G.T.-ungdómurin er førur at avrika.
Hesa ferð var tað innanfelags, at sjónleikurin var framførdur, men eftir hvat vit hava frætt, er tað møguligt, at hann verður framførdur alment um ikki so langa tíð.”
Og leikurin verður spældur alment. Í “Dagnlaðnum” 20. februar 1940 stendur henda lýsing:
Kvøldskemtan
Sunnudagin 3. mars kl. 5 verður hildin almenn kvøldskemtan í Sjónleikarhúsinum.
Musikkur, gamansleikur og sjónleikurin
Giftingarfør genta
eftir Torvald Tu.
Atgongupeningur 1 kr. Billettir við inngongdina og í H.N. Jacobsens bókahandli.
Hin innkomnir peningurin fer til “Grunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn”.
N.I.O.G.T.-ungmannadeildin í Tórshavn styðjað av ljómfelagnum GHM fyrireikar kvøldið.
Seinni frættist um, at leikurin verður leiktur í Haldórsvík í 1942 og 1968, á Tvøroyri í 1954, í Kollafirði í 1954 og 1972 og í Hvalba í 1980. Olivur Næs úr Havn leggur hvalbingum lag á. Teir framførdu eisini leikin norðanfjørðs m.a. í “Eydnuni” á Oyrarbakka og “Glæmuni” í Kvívík. Í 1954 og aftur í 1982 varð leikurin spældur á Sandi. Hesa seinnu ferðina var hann leiktur fimm ferðir, og um 400 fólk sóu hann.
Sambært “Dimmalætting” 11. januar 1983 ætla heimasandsfólk sær til Vágar at spæla, men tey vanda veður:
“Ætlanin er at fara fyrsta vikuskiftið, veðrið verður so nøkulunda til vildar. Sum er kann ein ikki frammanundan rokna við at sleppa aftur til Sandoynna eitt vikuskifti.
Við í leikinum eru fólk, ið skulu aftur til arbeiðis mánamorgun, so vit mugu sleppa suður aftur, verður sagt.”
*
Sum týðari er Nyholm Debess sera trúgvur móti upprunatekstinum, men sum vant er at síggja, nýtir hann føroysk fólkanøvn og staðarnøvn fyri upprunanøvnini.
Leikararnir eru seks – soleiðis nevndir ávikavist á norskum og á føroyskum:
Hans Kjelderbakken
Hanus undir Heyggi
Kari Mallina
Karin Malena
Dagny
Dagny
Tor Bakkeland
Tóri í Brekkuni
Sivert på Grønvollen
Sveinur í Miklagerði
Kornelius Kåsen
Kornelius Dungesen
Ein persónur, ið ikki er við beinleiðis í leikinum, verður nevndur. Tað er faðir Tóra, sum á norskum eitur Ola Bakkeland, á føroyskum Óli í Brekkuni.
Tvey rossanøvn verða eisini broytt: Den blakka Merra og den bruna Merra verða á føroyskum ávíkavist Svarta og Brúna.
Staðarnøvn, ið verða broytt:
Kjelderbakken – undir Heyggi.
Bakkeland – í Brekkuni.
På Grønvollen – í Miklagerði.
På Kåsen – á Dungagarði.
Vest med Tårland – vestan fyri Mófløtuna.
Tað er bara í einum tilsvari, at føroyski týðarin gera meira av enn norski høvundurin. Tað er, tá ið Hanus móti endanum sigur frá, hvussu Tóri bjargaði honum.
Á norskum:
“Han Tor fekk ta taumane, og jaumenn greidde han halda henne!”
Á føroyskum:
“Eg var komin oman ímóti hini knøppu snaringini í Longubrekku, tá støkkur kom á Brúna. - Eg royndi, alt eg var mentur, at støðga honum; men eg føldi so væl, hvussu hann vann yvir mær. - Ferðin vaks, - og at endanum tók at sortna fyri mær, - tá helt eg meg hóma ein skugga. - - Tá avtornaði, stóð Tóri og helt í grímuna á Brúna og snakkaði upp í lag við hann. - Tóri var skuggin, eg helt meg hava sæð, og sum hevði verið mentur at støðga Brúna; annars hevði hann runnið okkum báðar beinan vegin til deyðis.”
Í “Dagblaðnum” nr.69, 27.august 1948 skrivar M.S. Viðstein hesa grein:
Torvald Tu skald á 55. ári.
Av norskum skaldum og yrkjarum, ið skrivað á nýnorskum máli, man neyvan nakar vera so væl kendur her heima í Føroyum sum skaldið Torvald Tu. Hansara kærleiki til byrgdalív og bygdalag, hansara gløggu eygu og hansara ljósa og leikandi lyndi, hansara skemtingarsama orðalag hevur vunnið honum ein stóran og hugaligan flokk av lesarum. Mangir føroyingar eru eisini kunnugir við hin álvarsama og granskandi skaldskapin eftir Arne Garborg, og tað fellur einum í huga, tá ið tikið verður til Torvald Tu, eisini at minnast aftur á Arne Garborg. Tó at teir báðir Torvald Tu og Arne Garborg eru landsbygdamenn og teirra skaldskapur skrivaður á nýnorskum, so er ein stórur munur í lyndi teirra; tí meðan Garborg var dapur í sínum álvarsemi, so er Torvald Tu ongantíð ljósari í sínum lyndi, enn tá ið hann er mest álvarsamur. Tað er ikki hvørjum manni givið tær gávur at lata álvara leika innanundir hvørjum brosi; okkara egna skald Rasmus Effersøe hevði nógv av tí í sínum ungu árum, men tað fjaraði burtur so við og við, sum hann misti heilsuna.
Tað liggur norðmonnum væl fyri at skemtast og finna stuttleikan í smáhendingum í einbýli og í smábygdum. Her hevur Torvald Tu dugað sjáldsama væl at fingið burturúr. Og hann ivast ikki í at flætta sínar næstu og kærastu grannar og grannakonur inn í eina yrking ella ein sjónleik so opinlýst, at tey kenna seg sjálv aftur. Onkur kanska er eitt sindur firtin við hvørt, men altíð lagar tað seg aftur, tí tey, ið kenna Torvald Tu, tey vita eisini, at tað var ikki so illa meint – tvørturímóti.
Mong av okkum, sum hava hoyrt Torvald Tu lisið sínar yrkingar upp, tá ið hann fyri nøkrum árum síðani var í Føroyum og ferðaðist, vilja minnast hansara rámandi yrking úr høsnagarðinum, tá ið konan gav høsnunum at eta. Tað var sum at vera staddur undir liðini á konuni millum øll hennara mongu høsn, so livandi og myndandi var tað yrkt og lisið. Og minnast skal eisini til, at fyrsta yrkingin, hann las upp í Føroyum, var ein heilsa til Føroya og føroyingar, sum hann sjálvur hevði skrivað, nakað sum aðrir, ið aftan á honum hava verið her og ferðast og hildið fyrilestrar ella lisið upp, ongantíð hava havt í huga. Torvald Tu var fullkunnugur við, at her búði ein serstøk norðurlendsk tjóð, sum var runnin av góðum norrønum runni, hann bar tí sína kvøðu fyrst og fremst til hesa norrønu tjóð, sum hóast neyðartíðir, trælatíðir og ódnartíðir, kortini ikki var skolað av látri, men hevði bjargað sær sjálvum gjøgnum allar vándar dagar.
Hini sonnu fólkaskaldini koma oftast úr smáum bygdum ella úr einbýli. Einbýlismaðurin og bygdamaðurin tykist at eiga tað fram um aðrar at duga at skilja lívið í tí einfalda og í tí smáa. Tað er ivaleyst hetta, ið ger, at bygdaskaldini duga at finna inn í hjørtuni hjá tí fólki, sum teir liva og virka millum. Torvald Tu hevur vunnið sær eitt navn millum bygdafólk í Noregi, sum fáur annar skrivandi maður í Noregi í dag. Tað er hansara blíða hjartalag og ljósa lyndi, ið ger, at hann ongantíð slitnar frá bygdafólkið og bygdalívið; meira hann yrkir, og meira hann skrivar, fastari verða hann, bygdafólk, bygdalív og bygdaløg samansjóðað til eina heild, sum hansara skaldskapur ber boð um.
Tað hevur verið sagt um Torvald Tu, at hann, meðan Noreg í óárunum var undir týskum valdsvaldi, at hann tá skuldi siga við ein felaga sín: “Tú skilir væl tað, at eg ikki kann hata nakað menniskja.” Tað er ivaleyst so; er tað nakað, ið Torvald Tu ikki kann fáa seg til, so er tað at bera hatur til nakran. Til tess er hann ov hjartagóður og vinsælur og ljósur í lyndi.
Í føroyskum bløðum hevur navnið á Torvald Tu mangan verið at sæð í farnum árum, tað var skaldið Nyholm Debess, ið oftast dró hann fram í sínum frálíku týðingum av ymiskum sjónleikum eftir Torvald Tu. Og fólk hevur havt tokka til hesar sjónleikir, tí teir hava mangastaðni í Føroyum verið framførdir bæði í Havn og á bygd. Ja, sjálvt í Keypmannahavn hava føroyingar ført fram sjónleik eftir Torvald Tu, nevniliga “Vinarlig hjún”, í týðing eftir Nyholm Debess.
Nyholm Debess hevur týtt ikki færri enn fýra sjónleikir eftir Torvald Tu. Teir eru: “Vinarlig hjún”, “Giftingarfør genta”, “Ástarbragd” og “Gift teg”, sum allir hava verið framførdir á leikpøllum í Føroyum.
Torvald Tu skrivar og yrkir við sama blíða lag. Hann er ikki sjáldan at síggja í “Nynorsk vekeblad”, bæði við yrkingum og við smásøgum. Men eisini stórar skaldsøgur koma frá hansara hond, sum t.d. “Vónin og lívið”, ið boðar frá, at hann ikki firnast fyri at fara undir mentanarligt ruddingararbeiði á sínum frálíka væl skrivaða nýnorska máli. Tað er hugurin og kæreikin til alt norskt í Noregi, ið eggjar hann til eisini at fara undir skaldsøguskriving og ikki trongdin til at alboga seg fram á marknaðin, har ið tað floymir við skaldsøgum á norskum ríkismáli, av bæði norskum og fremmandum rithøvundum – skaldsøgur, ið eru so ymiskar, so ógvuliga ymiskar í virði.
Tað, ið bjargað er av norskum máli í Noregi, hava bygdaløgini goymt og varðveitt. Tessvegna eru tað mest altíð bygdaskaldini, ið bera hitt norska tungumálið fram til heiður og virðing. Av tílíkum monnum, sum fólk her í Føroyum kenna í hesum virki, at vinna norskum máli tann heiðurssess, tað eigur í heimlandi sínum, í Noregi, telja vit eisini aðrar mætar menn: Ivar Aasen, Per Sivle og Anders Hovden, ið allir bóru sítt kæra norska mál fram á ljómføgrum hørpustreingjum, hvørt tað so var í stríðsdøgum ella á hátíðarstundum.
Torvald Tu hevur við sínum skaldskapi lagt dyggar stuðlar undir norskt mál, men meðan aðrir undan honum hava verið heldur hvassari í álvarssomum stríðsspurningum, so hevur Torvald Tu altíð nýtt hitt blíða skynsemi og sítt væl skiljandi kæti, har ið hvøss orð ikki hava bitið á. Tessvegna hevur Torvald Tu eisini vunnið sær so stórt vinalag millum sítt fólk bæði á bygd og í bý. Og ivaleyst er tað, at eisini hansara sakleysa kæti við álvara innanundir eigur sín stóra tátt í tí góða umdømi, ið hann sum skald eisini hevur vunnið sær í Føroyalandi.
Torvald er sum sagt í bestu árum enn, og vónandi vil hansara sanna og blíða norska lyndi enn í mong ár seta nýggjar blómur á nýnorskan skaldskap.
Í “Tingakrossi” nr. 16, 1952 skrivar Edward Mitens hesi minningarorð um Nyholm Debess.
Nyholm Debess
Í 1915 fekk eg áheitan frá ymsum monnum um at bjóða meg fram til fólkatingsval, og millum hesar menn var Nyholm Debess. Í mong ár arbeiddu vit saman á tingi. Nyholm gjørdi stórt og gott alment arbeiði í Framburðsfelag, í býráðnum og á tingi. Hann var trúfastur og álítandi og hevði serstakliga áhuga fyri at hjálpa sjúkum, og hann var í mong ár formaður fyri bróst- sjúkrahúsnevndini og gjørdi har eitt gott arbeiði fyri at bøta um viðurskiftini á bróstsjúkrahúsinum. Eina tøkk skal hann fáa fyri sítt arbeiði fyri hitt almenna og fyri sítt stríð sum sjálvstýrismaður.
Eg minnist Nyholm á ungum árum - ein vakur prúður ungur maður í vøkrum føroyskum búnaði við silvurknøppum og silvurspennum, við tí gula hárinum og tí vakra serkenda andliti.
Nyholm Debess var mentaður maður. Umframt dagliga arbeiði fekk hann stundir til at síggja og uppliva hitt vakra og ljósa í lívinum. Hann hevði søkt sær kunnleika og mentan eisini uttan fyri Føroyar, í Noregi og Danmark. Hann var sangari og gledd- ist við at syngja. Eg hoyri fyri meg sjálvan, hvussu vakurt og hugtakandi hann kundi syngja t.d. Vinjes sang við lag av Grieg:
“No ser eg atter slike Fjell og Dalar,
som deim eg i min første Ungdom såg,
og sama Vind den heita Panna svalar,
og Gullet ligg på Snjo, som før det låg.”
Hann var frálíkur veitslumaður. “I vertskapi fróur og glaður...”. Frálíkar veitslusangir hevur hann yrkt m.a. til veitslur í Havnar Klubba, har hann var góður limur í mong ár.
Eg minnist fleiri ferðir, vit vóru bodnir til Kirkjubíggjar saman við øðrum sjálvstýristingmonnum, hvussu hugnaligt vit høvdu tað saman við Jóannes bónda, hin framúrskarandi charmerandi blíði húsbóndi í tí sjáldsama vakra søguliga plássi á summartíð í sól. Her eins og hoyrdi Nyholm heima hjá vinmanninum Jóannesi.
Nyholm var eisini yrkjari. Í yrkingum hansara andar kærleiki til Føroyar og mál okkara, og bestu menniskjaligu kenslur streyma okkum ímóti.
Aldan brýtur, aldan fer,
aldan móti bergi ber,
aldan nítur, aldan slítur,
aldan skolar hólmasker.
Farið um jól og trettanda er,
nú dagarnir fara at dragna.
Tá vita vit, fram móti vári ber,
tá vetraródnin má tagna.
Eg minnist Nyholm frá manndómsárum og frá árum, tá hann eldist. Blíður og fryntligur var hann altíð, tá tú hitti hann. Eg vitjaði hann á seinastu sjúkralegu. Sjúkur og eldur var hann. Vit talaðu um gamlar dagar. Tað var tó hin sami Nyholm, og eitt lítið smíl leikti á andliti hansara.
Lívið bar honum eisini sorg og mótstreym, men gjøgnum alt gekk hann fram, og tað vakra og ljósa sá hann, og tað legði glæmu yvir dagarnar.
Nú Nyholm er farin, renna hesi bíløt fram fyri meg, og tey vilja koma fram í huga mínum støðugt.
Í “VARÐANUM” 51. bindi, hefti 1-2, 1984, hevur William Heinesen eisini skrivað grein um Nyholm Debess. (Sí Leikrit 17, s. 112-115).
Heimildir
Heimildir
“Dagblaðið”, 10. juni 1949.
“Dagblaðið”, 27. august 1948.
Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981.
Debess, Nyholm: “Aldan og onnur brot”. Yrkingar, søgur og røður í úrvali. Martin Næs og Janus Mohr løgdu til rættis, Sprotin 1998.
Debess, Nyholm: “Yrkingar og týðingar”, 1934.
“Dimmalætting”, 2. desembur 1931.
Heinesen, William: “Nyholm Debess”, “Varðin” 51. bind, hefti 1-2, 1984.
Mitens, Edward: “Nyholm Debess”, “Tingakrossur” nr. 16, 1952
“Nynorsk vekeblad”.
“Sosialurin” 20. novembur 1928.
“Stavanger Aftenblad”.
“Tingakrossur” 19. desembur 1928.
“Tingakrossur”, nr. 16. 1952.
Tu, Torvald: “Ástarbragd”, sjónleikur við songum í fýra pørtum. Tónaskald: Trygve Stangeland. Nyholm Debess týddi, 1936.
Tu, Torvald: “Eld i hjartekrå”, folkekomedie, Norli, Oslo 1928.
Tu, Torvald: “Gift deg!” Komedie i 3 akter, Norli, Oslo 1935.
Tu, Torvald: “Gift teg!” Sjónleikur í trimum pørtum. Nyholm Debess týddi, 1942.
Tu, Torvald: “Giftande gjenta”, lystspil i tre akter. Norli, Oslo 1927.
Tu, Torvald: “Giftingarfør genta”, skemtispæl í trimum pørtum. Nyholm Debess týddi, 1929.
Tu, Torvald: “Kjærlege par”. Folkespel med songar i 3 akter. Oslo 1926. Olaf Norlis forlag.
Tu, Torvald: “Storbrekkmyri”, spelstykke i ei vending, Stavanger 1914.
Tu, Torvald: “Kjærleik på Lykteland”, 1927.
Tu, Torvald: “Vinarlig hjún”, Nyholm Debess týddi, 1927.
Tu, Torvald: “Stig sol!” yrking, “Dagblaðið” 10. juni 1949.
“Varðin”, 51. bind, hefti 1-2, 1984.
Viðstein, M.S.: “Torvald Tu skald á 55. ári”. “Dagblaðið” 27. august 1948
Summary
Summary
In the play “Giftingarfør genta” (“Marriageable maiden”) marriage is the question that divides the maiden’s parents. Who is she to be married to? Her mother wants her to marry a man of education, as she thinks this may lift her up in society, whereas her father is eager for her to marry into some fortune to help better the financial situation of their farm. They have not taken into consideration, however, that their daughter has a mind of her own.
In turn three men are presented on the stage, one of education, one of some fortune, and one whose main qualification is that he has the affection of the farmer’s daughter. Comic situations evovle as each of the parents try to present “their” candidate in as good a light as possible, while their daughter sticks to “her” candidate.
Situations occur that make her parents change their minds and let their daughter have her way.