Skip to main content

Gunnar Havreki

R.C. Effersøe

Syrgileikur í trimum pørtum

Leiktur fyrstu ferð: 1889

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

Tey leikandi

Gunnar Havreki.

Inga, kona hansara.

Brandur, sonur teirra.

Gunnhild, mamma Ingu.

Bartal, Torstein, Einar,  bátsmenn hjá Gunnari.   

Gudmundur,  Jógvan,   bátsmenn á einum øðrum báti.

Tveir aðrir menn.

 

To top

Fyrsti Partur

Ein roykstova. Kolan hongur og anir; tað er tíðliga á morgni og ikki ljóst enn. Aftast í stovuni tvær koyggjur: Inga liggur í aðrari og Gunnhild í aðrari.

Inga (støkkur upp úr svøvni og sker í eitt róp).
Á Jesus! (Setist upp undir seg, í angist): Harrin hjálpi mær!

Gunnhild (vaknar).
Hvat sakar teg, barnið mítt?

Inga.
Á, mamma, eg hevði ein langan dreym, ein undarligan dreym. Eg vaknaði við, at eg hoyrdi málið á Gunnari, hann segði so tungliga: ”Inga, nú fari eg! Ver nú góð móti børnunum” . . . Á, eg hoyri tað fyri mær enn! . . .

Tað fyrsta, meg droymdi, var hin dagin, tann fyrsti av ævi míni, sum verdur er at minnast á. Alt stóð so klárt fyri mær, sum kundi tað verið í gjár . . . Eg var nítjan ára gomul, fór ein vármorgun til neytar við dyllu millum herðarnar og stokkum í hondunum. Sólin skein heitt inn úr havinum, veðrið var so lýtt, og alt so friðarligt og kvirt rundan um meg. Tá eg kom út í líðina - á, mamma! tá lá har ein ókunnugur drongur, sjódálkaður og sovnaður av møði.

Hann var so vakur, har sum hann lá, nógv vakrari, helt eg, enn nakar annar drongur, eg fyrr hevði borið eyga við, og mær tóktist so hjartaliga synd í honum, tí hann var so bleikur og útlúgvaður.

Og tá ið eg so boygdi meg út yvir hann, tá kom tað so snøggliga á meg, - eg mátti leggja varrar mínar at hansara. Og í sama bili læt hann eyguni upp, og eg sá heilt niður í tey, so klár og blá tey vóru og so djúp . . . sum vatnið í Heljareyga . . .

Hann talaði, og eg sum neyvan hevði hoyrt tungumál fyrr, skilti hvørt orð, tá ið hann segði frá, hvussu hann hevði rikist á einum mastraleysum skipi í sjey vikur, og hvussu skipið dagin fyri var skrædnað í einum streingi. So hevði hann hildið seg á einum spreki, til streymurin bar hann so nær til landið, at hann helt seg orka at svimja inn. –

. . . Og síðani kom hann heim higar og varð verandi hjá okkum. Skjótt vendi hann sinnið til mín, og vit livdu saman sum hjún øll hesi níggju árini; altíð var hjarta mítt lætt, og einki uttan góð orð fullu okkara millum, tí eg átti tann besta mann, ið verið hevur.

 . . . Ja, mamma, alt hetta bar í dreyminum so ljóst og lættliga livandi fram fyri eygum mínum. - Men at endanum varð alt so dimt og tungt, og nú berst tað mær fyri, sum henda tyngdin aldri verður at lætta av . . . (starandi). Eg grunaði tað, tá ið hann heilsaði mær í gjár, at vit ikki skuldu síggjast aftur . . . (grætur). Nakað havi eg bønað hann ikki at taka óða Bartal við, tað er tað einasta, sum hann ikki hevur viljað gjørt mær til vildar.

- Á, mamma, mamma, eg óttist fyri, at eg í hesum havi sæð longur fram, enn tú og hann vilja trúgva.

Gunnhild.

Undarligar tankar gert tú tær, barnið mítt. Hví skuldi hann ikki komið aftur í hesum vælsignaða veðri, nú tað ikki rørist hár á høvdi, all tann tíð Harrin hevur sent hann aftur mangan ringan bæði dag og nátt? Eisini veitst tú, at hann svimur sum kópurin og er treystur sum ørnin. Tey siga frá Sigmundi í forðum, at hann kundi væl at svimja. Ikki hugsi eg, at Gunnar hevði ligið aftaná, sum mær er sagt frá.

Inga.

Ja, mamma, tú og eg kunna hugsa og ætla, sum vit vilja, men vit ráða so lítið fyri happi . . . Eg havi ikki hug at liggja longur. Um eina løtu vaki eg Brand lítla, og so fara vit oman til neystini at seta okkum, til eg spyrji einihvørji tíðindi.

 

To top

Annar partur

I.

Á havinum. Midnátt. Eitt fýramannafar við fýra monnum, Gunnar og bátsmenn hansara, kemur eftir sjónum. Teir syngja.

“Hægstur heilagur andi,
himlakongurin sterki,
so lovliga lít tú á meg!
Signaður á sjógvi og landi,
sannur í vilja og verki,
hoyr meg, eg heiti á teg:
Forða tú mær fjandans pínu og díki,
hóttur av øllum kvølum frá mær víki!
Mær tú veiti tað, Mariu sonurin ríki,
mæla eg kundi nakað, sum tær líki!”

Bartal (setir í at kvøða).

“Úr Kvívík hoyrist sjongur,
hann hoyrist ikki longur,
um stóra hundafall . . .”.

Gunnar.
Nú, nú, Bartal! Hatta sømir seg ikki. Harrin hevur ikki givið okkum hesa góðu veiðu upp á tað, at vit skulu gloyma hann og halda fyri háð tað, ið heilagt er. Tú vildi heldur ikki borið teg so at, hevði tann fýrkantaða ikki verið. Eg vil ikki vita av slíkum, og nú leggi eg tær treytir fyri, at tú antin letur fløskuna vera heima við hús ella eisini ikki stígur á borð í mínum báti. Ringt er at sløðra á landi, men tann, ið sløðrar á sjónum, hevur meiri líkindi at sløðra til heljar.

Bartal.
Íðan, íðan! Vilt tú ikki hava meg við tær, útlendski Gunnar, á einum hvørjum báti fái eg sess, all tann tíð hesin gamli er viðgitin fiskiklógv . . . Tú ert illa hýrdur. Fá tær hetta sindrið, sum er eftir í fløskuni, so verður tú frægari (bjóðar honum fløskuna, Gunnar fírir hana burtur).

 

Bartal (fer á føtur og skrálar).

“Godt øl og brændevin
skal altid med os følge,
ihvor vi drager hen
ud over salten bølge.
Far nu vel, jeg rejser hen,
jeg kommer snart igen . . .”

(Hann sløðrar út yvir Gudmund. Báturin hvølvist).

 

II.

Á havinum. Hálvaskýmt. Gunnar og Torstein koma á kjøl.

Torstein.
Einar er sokkin, tað voldu sjóstivlarnir . . . Hatta man vera Bartal, ið har flýtur . . .

Gunnar (kjarar upp).
Fá tú nøglina úr, so skal eg fáa Bartal higar (kemur aftur við Bartali) . . . Nú hevur tú forkomið Einari.

Bartal.
Ov góður var hann so at fara . . .

Gunnar.
Tað eigur at reka so nógv suður, at vit vera skjótt fyri mølini, so skal eg royna at svimja til lands og fáa bát eftir tykkum. - Havið gott tol! Nú er ikki økt eftir av náttini.

 

To top

Triði partur

Bátastøð. Neystið hjá Gunnari beint fyri. Fýra menn, harímillum Gudmundur og Jógvan, nýliga afturkomnir av útróðri, standa við snørum og leypum.

Gudmundur (fer niðan ímóti neystinum hjá Gunnari og letur neystadyrnar upp).

Var tað ikki, sum eg hugsaði: Neystið hjá Gunnari stendur tómt, tó at hann fór til árar langt undan okkum. - Eg visti tað altíð, handa blikan vit komu ígjøgnum, var ikki av røttum. Eisini sá eg skilliga, at tað var manshond, ið var komin upp á stokkin, tá ið tú, Jógvan, ripaði til við kleppinum. Eg trúgvi ikki upp á sjódregil og marmennil sum tú. Tí ætli eg, tað var Gunnars hond. Hann hevur ivaleyst verið so móður, at hann ikki hevur orkað at rópt; eisini skrálaðu tit so, at tað hoyrdist ikki mannamál.

Jógvan.
Eg ræddist og visti ikki, hvat eg gjørdi. Ikki vildi eg volt Gunnari ella hansara nakran harm, tað vita tit. Men gjørt verður ikki ógjørt, og tí vil eg bøna tykkum ikki at tala eitt orð um hetta, meðan eg eri á lívi. Tað kann ongum hjálpa, um eg komi fyri fúta og skrivara og verði minni maður alla mína ævi. (Allir geva honum hond).

Gudmundur.
Ber tú tað hjá tær sjálvum; tað kann vera nóg tungt.

Inga (kemur, leiðandi Brand).
Veitst tú nøkur tíðindi at siga mær, Gudmundur?

Gudmundur.
Eg síggi, tú ert so mótfallin, tú manst eingi góð tíðindi vænta tær. Harrin styrki teg!
- Eg vil ikki dylja fyri tær, at eg haldi, tað eru lítil líkindi til, at tú sært Gunnar aftur.

Inga (hýkur niður og brestur í grát).

Gudmundur (spakmæltur til hinar).
Neyðar Inga! Hon situr ikki eftir í rúmum sessi við gomlu mammu síni og sjey faðirleysum børnum. Væl veit eg, at eingin av okkum sýtir henni tann styrk, vit kunnu geva henni, og tær hundrað krónurnar frá hjálparfelaginum gera eisini mun, men ikki vildi hon mist Gunnar fyri eitt kongaríki, um tað varð boðið henni, tí lukkuligari hjún vóru ikki í landinum.

Brandur (leggur seg inn at mammuni).
Góða mamma, eg skal fara til útróðrar við Óla beiggja, so munna vit fara at møta pápa. (Tá ið Inga ikki svarar, fer hann at gráta og sigur sárliga) Mamma, kemur pápi ongantíð aftur?

Inga (tekur hann fast inn at sær).

 

To top

Viðmerkingar

Rasmus Christoffer Effersøe (1857-1916) var borin  í heim í Trongisvági. Tíggju ára gamal fór hann til Havnar at ganga í realskúla og tók prógv í 1872. Hugur hansara stóð til landbúnaðin, hann lærdi seg jarðarbrúk og seyðabrúk ávikavist í Danmark og Skotlandi, og í 1877 gjørdist hann næmingur á búnaðarskúla í Keypmannahavn, haðani hann tók prógv í 1879.

Komandi árini stýrdi hann ymsum gørðum í Svøríki, og í 1884 leitaði hann heim aftur til Føroya; hann gjørdist landbúnaðarráðgevi í 1889, tók stig til at stovnseta búnaðarfelagsskapir, var við í Føringafelagsarbeiðinum, blaðstjóri á fleiri bløðum og harumframt eitt skifti politikari. Umframt “Gunnar havreka” skrivaði Rasmus leikirnar “Magnus”, 1892 og “Best man vera, sum er”, 1895, og hann týddi leik Hostrups “En nat mellem fjældene”, sum á føroyskum fekk heitið “Hjá dalabóndum”.

____

Í eini lýsing í “Dimmalætting” leygardagin 2. mars 1889 verður kunngjørt, at tveir føroyskir leikir verða framførdir sunnudagin 3. mars og mánadagin 4. mars kl. 19. Í lýsingini verður sagt:

“Der vil blive spillet „Veðurføst" originalt færøsk Skuespil i 2 Akter, samt „Gunnar Havreki", Sørgespil i 3 Handlinger”.

Leikin “Veðurføst” hevði Súsanna Helena Patursson úr Kirkjubø skrivað. Hon var dóttir bóndahjúnini á kirkjubøgarði (f. 1864, d. 1916). Handritið til leikin er ikki til í síni heild, men á Føroya landsbókasavni eru fýra handrit, har leiklutirnir hjá fýra av persónunum eru skrivaðir við hond.

Sum skilst av “Dimmalætting” 23. mars 1889 vórðu leikirnir framførdir tvær ferðir aftrat, og her frættist eisini um, hvat ið atgongugjaldið varð brúkt til:

“Den dramatiske Forestilling blev efter derom fra flere Sider ytret Ønske gjentaget i Søndags Aftes, og skjønt det var fjerde gang, disse to første færøske Stykker bleve opførte, vare alle Pladser optagne, ja der var endogsaa adskillige, som ønskede at faa Billetter efter at alt var udsolgt. (...)

Nettoindtægten er delt imellem Føringafelag og Enken efter Husmand Daniel Joensen, Strænder, som forulykkede under Stormen den 8de f.M.”

Í Varðanum 5. bindi 1925 skrivar Kristin í Geil (1877-1935) um sjónleik í Føroyum. Her umrøður hann hesar framførslurnar, sum vóru tær fyrstu, har føroyskt mál hoyrdist á palli.

“Yvir sjónleikarpallinum lýstu í eldskrift (transparent) loysunarorðini “Til gaman og álvara” – og tað mátti sannast her. Tí sjáldan hava meira ólíkir sjónleikir gingið somu kvøld á palli sum hesir báðir. Meðan fólk sat í einum skellilátri yvir tað skemtiliga spælið í „Veðurføst", fullu ússalig konufólk í óvit, tá Gunnar havreki ynkiliga umkomst í bølaniðu og sjóvaródn á teatur-gólvinum. Líka so spakur og hendingarleysur hin fyrri sjónleikurin var, líka so øgiligur og spennandi var hin seinni. “Veðurføst”, ein blíð og stillislig gerandismynd av føroyskum bóndalívi innanhýsis, har nógv verður tosað, men „handlingin" einans er tann vanliga, at tvey ung finna hvørt annað, “Gunnar havreki”, ein ófriðarliga skiftandi “film” við fyllskapi og villskapi og vitskremdum monnum, við grátandi kvinnum og barni, sum syrgja hin sjólátna pápan”.

___

Heitið “Gunnar havreki” sipar til ein kendan søgupersón, Heina havreka.

Um hann eru fleiri heimildir, eitt nú hesar:

Lucas Jacobsøn Debes:

“FÆROÆ & FÆROA RESERATA Det er: FÆRØERNIS OC FÆRØESKE INDBYGGERIS BESKRIFVELSE”, KIØBENHAFFN, 1673

Úr kap. “Færøs Bebyggelse og Indbyggernes Bedrifter”

“Den anden færøske Helt haver været Magnus Heinesøn, om hvilken Jens Lauritzsøn skriver, at han var norskfødt. Det lader sig anse, at ligesom Halfdan Svartes Undersaatter trættedes om hans døde Legeme, udi hvis Provins det skulde begraves, og der de derom ikke kunde forliges, hugge de Legemet udi fire Parter og toge hver sin Part og begrove hannem paa fire Steder udi Norrige, saa trættes og Norbaggerne og Færingerne om denne Magnus Heinesøn efter hans Død hvis Landsmand han skal være. Færøersker sige samdrægtelige, at han er født i Færø, efterdi hans Fader boede her i Landet, hans Brødre og Søskende have boet og ere døde her i Landet, og hans Slægtninger og Frænder leve her endnu paa denne Dag; hans Halv-Broder Joen Heinesøn boende i Lammehave var Lavmand her udi Færø. Magnus havde her ogsaa en Slegfred-Søn boendes her i Landet for kort Tid siden hendød, ved Navn Rasmus Magnussøn.

Hans Fader hed Herr Heine Havregster, Sognepræst udi Østerø, om hvilken saaledes sandfærdeligen fortælles. At Heine med sex andre Studenter var paa en Baad udi Lystering, da der kommer en Modbør paa dennem fra Landet, hvilken drev dennem langt udi Havet, Landet af Sigte, og omsider fordrev de ind under Færø. De sex Studentere droge straks tilbage igen til Norge med det første Skib. Men Heine alene igen forblivende, blev først Bispens Famulus udi Færø og siden Sogne-Præst udi Østerø, begav sig saa udi Ægteskab med en færøske Kvinde, hvilken efter at hun ved Døden faldt hannem fra, drog han til Norge, og befriede sig med en norsk Hustru ved Navn Gyri, med hvilken han levde en rum Tid her i Færø, med hvilken han avlede Magnus Heinesøn.

Der siges ellers, at fornævnde Her Heine drog omsider til Norge, og fik der et andet Præstekald, muligt at Magnus af den Aarsag er holden for en norsk Mand. Forskrevne Magnus Heinesøn haver først sejlet paa Færø fra Bergen for en Købmand, haver siden ladet sig bruge udi Holland mod Fribyttere, Sø-Røvere og Dynkerker, saa han paa det sidste er bleven en berømmelig Mand og derover omsider er kommen i Tjeneste hos Hans Majestæt af Danmark Konning Frederik den Anden højlovligst udi Hukommelse, og er af hannem naadigst antagen for en Skibs-Kaptejn, og er saa højt tiltagen udi Ære og Anseelse i Danmark, at han der haver faaet en adelig Jomfru til Ægte.”

 

Símun av Skarði:

Søga Magnusar Heinasonar

“UNGU FØROYAR” nr. 1 í 3. árg. 1909, prentað aftur í ritverki Símunar av Skarði “Streingir, ið tóna”, 2. bók, Søguligar greinir, skaldskapur og søga. Turið Sigurðardóttir ritstjórnaði. Forlagið FANNIR 1999.

I

Frá faðir Magnusar Heinasonar

Av teimum stórmennum, sum Føroyar hava fostrað, man Magnus Heinason vera mest og víðast gitin. Hann sýntist í mongum lutum at hava arvað dirvi og reystleika faðirs síns, sum var tiltikin avreksmaður, og sum fyrst skal sigast frá.

Faðir Magnusar Heinasonar var ættaður úr Noregi. Hann æt Heini og varð kallaður Heini havreki, av tí at hann kom rekandi yvir havið til Føroya. Merkilig var hansara lívslagna, sum søgur ganga frá.

Heini var prestlærdur, og einaferð fór hann við feløgum sínum sjálvur sætti út við bát til stuttleika. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, brast á ódnarveður eystaneftir. Teir royndu at rógva aftur til lands; men stormurin var so nógvur, at teir vóru ikki mentir at andøva og róku tí vestur í hav. Árarnar, teir høvdu, vóru veikar og brotnaðu; har var einki at gera uttan at halda undan veðrinum, og Heini setti seg at stýra. Illa vóru teir útgjørdir heimanífrá; lítið høvdu teir hjá sær av mati og vatni og vóru í flestum lutum illa fyrireikaðir. Tað einasta, teir høvdu rívan til av, var øl. Illa tystu teir á ferðini, og teir drukku tí dúgliga av tí allir uttan Heini, sum drakk vatn.

Ódnin helt á, og teir róku í dagar og nætur. Flestir teirra mistu alla vón um lív og væntaðu at ganga burtur; stirðnaðir og ússaligir vóru teir. Heini einsamallur var í góðum hýri. Øll sjey samdøgrini, sum ódnin helt sær, sat Heini og stýrdi í heilum; hóast hann var bæði svangur og kaldur, royndi hann at ugga hinar og at seta dirvi í teir. Tá ið hann sá, at ein teirra var nærum komin til deyðis, læt hann seg úr sjóstúku síni og gav hinum hana til at fara í aftur.

Sjeynda dagin sóu teir Føroyar. Teir høvdu so seglið á aftur bátin og komu um kvøldið inn undir land. Mánalýsi var, og tað eydnaðist teimum at lenda í øllum góðum; tó var tað so, at Heini mest at kalla bar felagar sínar á land og niðan úr fjøruni. Til Húsavíkar var tað, teir vóru komnir.

Morgunin eftir vaknaði Heini av eini hurð, sum ríkti á leikindum; ein genta, sum tíðliga á hvørjum morgni var von at ambæta neytum, hevði latið fjóshurðina upp. Í fyrstuni, tá ið hon bar eyga á Heina, helt hon, at hann mundi vera sendur við boðum um ófrið; tí í teirri tíðini vóru fólk von at senda boð úr bygd og í bygd sum skjótast, tá ið ófriðarskip vóru í nánd. Men brátt sá hon á búna hansara, at hann var útlendskur maður; tá varð hon rædd og ætlaði at rópa eftir fólki. Men tá ið Heini hevði greitt henni frá øllum, sum til hevði borist, fagnaði hon bæði honum og feløgum hansara væl og vísti teimum til húsa heim. Teir fingu vist har í bygdini og ressaðust brátt aftur uttan ein, sum doyði. Fýra fóru seinri aftur til Noregs; men Heini var eftir.

Í tí húsinum, sum Heini hevði fingið vist í, búði hin áðurnevnda gentan hjá mostur síni. Stutt framman undan tí, sum her er frásagt, hevði gentan droymt ein sjaldsaman dreym. Hana droymdi, at hon gekk niðri í fjøruni, og har fann hon eina lyklakippu, sum var skolað upp á land. Í kippuni vóru fimm rustaðir lyklar og ein blankur. Hin blanka festi hon við beltið, og hinar kastaði hon burtur. Tá ið hon um morgunin hevði sagt mostur síni frá dreyminum og spurt hana, hvørjum hann mundi vera fyri, svaraði hon: „Tann, ið verður maður tín, Herborg! hann kemur av havinum, ið nær tað so verður."

Í tí var dreymurin nú gingin út, at maður var komin av havinum. Enn var Heini havreki tó ikki maður Herborgar; men honum leitst væl á hana, og hann fekk skjótt hug á henni og bar upp bønarorð til hennara og fekk ja.

Hetta var framman undan siðabótini, og Heini havreki kundi tí ikki fáa sær konu, um so var, at hann ætlaði sær at vera prestur, tí í katólsku tíðini var prestunum bannað at giftast. Hann fór tí til Kirkjubíggjar, og har kom hann at vera skrivari hjá Ámundi biskupi Ólavssyni, sum tá ráddi kirkjuni í Føroyum. í tí embætinum var Heini, til tess siðabótarmenninir tóku valdið av Ámundi biskupi og rivu Føroya kirkju úr hondum pávans. Tá giftist hann við Herborg, og bøndurnir í Eysturoy valdu sær hann til prests. Brátt aftaná siðabótina var biskupsembætið í Føroyum avtikið; Heini havreki var tá nevndur próstur og skipaður í hægsta kirkjuembæti her á landi.”

.

Árni Dahl

Gunnar Havreki og Óli Danski

- nøkur orð um ein syrgileik og ein sorgarleik

Rasmus Christoffer Effersøe, føddur 30. mai 1857, deyður 23. mars 1916, var ein av teimum 9 monnunum1, sum í blaðlýsing í Dimmalætting 22. desember 1888 buðu einum og hvørjum “at koma í tinghúsið annan jóladag kl. 3 e.m.”, har teir søgdu seg ætla “at samráðast um at verja Førja mál og Førja siðir”.

Og eftirtíðin hevur av røttum mett Rasmus sum ein av høvuðsmonnunum í Føringafelags-tíðini, sum hetta tíðarskeiðið hevur verið kallað frá januar 1889, tá ið felagið var stovnsett, til desember 1901, tá ið seinasta nummar av Føringatíðindum kom út2.

Lívssøga Rasmusar er fleiri ferðir lýst í stuttum3, so hana gera vit einki við á hesum sinni. Í staðin fara vit at greiða frá einum handritasavni, ið lá eftir Rasmus Effersøe, og sum er í varðveitslu á Føroya Landsbókasavni.

I

Handritasavnið hevur heitið Effersøe, R.C.: Ymisk handrit og hevur skrásetingarfrámerkið F XIV. Edward Mitens læt Landsbókasavninum tað í 19574. Brævbjálvin er poststemplaður 22. juli.

Innihaldið kann skiftast í tríggjar bólkar: Brøv, yrkingar og sjónleikir5. Brøvini eru tvey.

Tað eldra er dagfest í Keypmannahavn 20. juni 1877. Tað er 8 síður til longdar (stødd nakað sum A5). Rasmus skrivar her til mammu sína6 og greiðir henni sera gjølliga frá arbeiðsuppgávum sínum á einum skotskum bóndagarði. Sum tað skilst, er hann júst komin til Keypmannahavnar úr Leith. Brævið er orðað á donskum við einari stuttari føroyskari vending í byrjanini: “Jeg har det omtrent ved det Gamle,/det vil sige “ilt í buginum”...

Seinna brævið (ein síða í foliostødd) byrjar við staðar- og tíðarfestingini Äs, t. 18/2-1881. Niðriundir stendur so yrkingin „Vinur mín" (M. 30-31). í handritinum byrjar hon “Tú kannst7 ei vænta meg”, sum er 4. ørindið í prentaðu útgávuni. “Hart bítir7 nu7 hin hvíti”, sum er 1. ørindið í prentaðu útgávuni, er 5. ørindið í handritinum. Á baksíðuni á hesum arki stendur prosateksturin, ið byrjar: “Tá ið tit eina viku her ettir7 samlast í gleði og gaman...” (M. 29-30).

Edward Mitens upplýsir í minnisútgávuni, at hetta er bræv sent úr Svøríki til ein vin í Keypmannahavn, men tað sigur handritið einki um.

Niðast á síðuni stendur 1. ørindið av „Eg minnist úr gomlum søgum", (M. 28).

Yrkingarnar og yrkingabrotini eru fimtan í tali, skrivað á trettan ørk ella pappírsskeytar, her talmerkt 1-13:

1. “Smíl alt tað burtur við fullgott treyst” 4  ør. (M. 41-42)

2. “Hugveking. Heil og sæl tú Førja7 skúta” 5 ør. (M. 62-63)

3. “Framsýningsferðin. Eitt roynir at ríma - tó tápuligt er -/ um fjølmentu Føringa7 Áarósferð” 8 ør. (M. 78, 79, 80),

4. Yrkingin “Night” eftir James Montgomery og mótyrking Rasmusar „Now, that the bustle and noise did cease", 2 ør. á stílabókarpermu (M. 73).

5. “Sælur er maður, ið ferðast ikki í gudloysinga ráðnum”. Hetta er týðing av trimum teimum fyrstu versunum í 1. sálmi úr Gamla Testamenti, skrivað á evarska lítlan brævbjálva (M. 83).

6. “Allarsøtasti vinir7 upp at lurta”, 14 ør.

7. “Í ríkamanns7 heimi - í dukkuskápi”, 23 ør. (M. 70, 71,72)

8. “Vesturætt. Úr øllum ættum koma vindar...” 4 ør. Okkurt er stoytt á hetta handritsarkið, sum er petti av eini stílabókarpermu, men seks tær seinastu reglurnar lesast heilt væl. Sama er at siga um einstøk orð í hinum reglunum (M. 27, 28). - Á hinari síðuni av skeytanum er yrkingin “Grindaboð”. Ørindini eru níggju tilsamans, 3. og 4., 6., 7., 8. og 9. lesast væl. Í hinum eru stundum heilar reglur, stundum bert einstøk orð lesandi.

9. “Siðurin er góður / tað er gamalt at høsna”, 4 ør. skrivað á stílabókarpermu.

10. “Lýs lívsins ljós ígjøgnum dimman dal / Lýs mær á leið”, 2 ør. (M. 84).

11. “Verðin. Hvør skal til sítt, so er jarðaríkislógin”, 4 ør. Hetta eru 8., 9., 1. og 2. ør. í prentaðu yrkingini (M. 77, 78).

12. “Miklagarð. Langt suður teir sigldu”, 4 ør. (M. 33).

13. “Ein er lekni7, ein annar er prestur”, hetta eru 3., 4., 5., 6., 7. og 10. ør. í yrkingini „Verðin" (M. 77, 78).

 

Sjónleikahandritini eru trý, her nevnd A, Á, B.

 

A. Á handritinum stendur skrivað: “Rasmus Effersøe, móðurbróður mín doyði 23. mars 1916. Nakað seinri bað systir hansara Sanna Effersøe meg eftirhyggja brøv o.t. Tá fann eg hesar partar av handriti til “Magnus”.” Edw. Mitens.

Brotini eru fimm í tali:

1. 11 s. í folio-stødd frá orðunum hjá Clavs Menschenschreck “Således kom den ene af spaniolerne efter den anden" og leikin at enda, (M. 179-188)

Ímillum s. 6 og 7 liggur ein skeyti við trimum tilsvarum (replikkum) á aðrari síðuni og einum á hinari.

2. 7 s. í foliostødd frá orðunum hjá Elsu “Tú mátti skammast Brita...” og 2. part at enda (M 162-177)

3. 1 s. í A5-stødd. Frá Mikkjal miðskeiðis í 1. parti kemur inn og sigur “Góðan dagin. Takk fyri seinast”, til sami maður fer, aftan á at hann hevur sagt við Eyðun “Eg lovaði Kolbeini at lata hann smakka hetta fransavínið...” (M. 170, 171).

4. 1 s. í A5-stødd. Á aðrari síðuni “Eg gleddist við smálomb...” 4 ør. á hinari tó útstrikað “Hvar eg mær vendi” 2 ør.

5. 1 s. í A5-stødd. „Tú kemur ei her niður",1 ør.

 

Á. Allur teksturin í hesum handriti er í einum stílahefti, sum er 68 síður til longdar. Skrivað er á 59 tær fremstu síðurnar í heftinum. Fremst stendur sama áskrift sum í byrjan av handriti A, bert við tí muni at her endar áskriftin: “Tá fann eg hesar partar av handriti til “Hjá Dalabóndum”.”

Handritið fevnir um allan leikin, tá ið sæð verður burtur frá 7 teimum fyrstu tilsvarunum. Tað byrjar við orðunum, sum huldan sigur við nykin: “... treingja í tann unga barmin og vekja trá og óvinnuliga ræðslu, tað triðja dimmið skal títt verk fullføra.” (Innihaldið í handritinum svarar til M. 114-153).

Á s. 8 er ljósareyður pappírsskeyti klistraður í breddan á síðuni. Á honum stendur sangurin “Um dalur gerst mær ov trongur...”, 2 ør.

 

B. Hetta handritið er 54 s. til støddar (folio-stødd) og fevnir um mest sum allan leikin “Best man vera sum er”. Tað byrjar við byrjanini og endar við tilsvarinum, har Ólavur Eiriksson sigur: “Nú tykist mær, at Páll fer at ótolnast" (M. 191-247). Tá eru 9 tilsvar eftir av leikinum og so sangurin, sum øll syngja til endans: “Hjá teimum stuttligt at fylgjast er...”

 

II

Heimangerðin at kanna handritasavnið F XIV var at finna handritið til sjónleikin “Gunnar Havreki”, ið var annar leikurin8, ið varð framførdur í Tinghúsinum í Havn sunnudagin 3. mars 1889. Hetta var fyrsta ferðin, at føroyskt mál ljóðaði á palli. Sum tað sæst av lýsingini av savninum, var einki handrit til “Gunnar Havreka” at finna her.

Harafturímóti er „Gunnar Havreki" at finna í heilum trimum fullfíggjaðum uppskriftum í einum handritasavni á Føroya Landsbókasavni, ið ber heitið CI9. Í handritaskránni stendur savnið at vera komið úr búnum eftir Sigurd Niclasen, og í tí er ymiskt skrivligt, ið lá eftir Sigrid Niclasen, f. Jacobsen, fødd í 1854,10 deyð í 1927.

Handritini nevna vit A, Á og B:

A: Stílahefti við bláari permu. Innan á permuni framman stendur: “Tey leikandi” og so ein listi, sum sýnir, hvørjir sjónleikapersónarnir eru. Leikurin sjálvur er handskrivaður á 7 síður. 8. síðan er blonk.

Á: Stílahefti við ongari permu. Leikurin er handskrivaður á 7 síður og nakrar reglur yvir á síðu 8.

B: Handritið er sett saman av tveimum ørkum av brævpappíri, annað er bukkað á miðjuni, og skrivað er við hond á allar 4 síðurnar, hitt er einkult, hevur somu stødd, og skrivað er við hond á báðar síður.

Umframt hesi trý nevndu handrit er eisini ein lítil lummabók, har leikluturin hjá Gunnhild í “Gunnari Havreka” er skrivaður saman við einum leikluti úr hinum føroyska leikinum, ið leiktur varð í 1889, “Veðurføst”. Hetta kundi bent á, at Sigrid Niclasen hevur havt leiklutin sum Gunnhild í fyrstu framførsluni av “Gunnari Havreka” í 1889, og at hon eisini hevur leikt við í hinum leikinum. Hon hevur tá verið 34 ára gomul.

Vist er tað ikki, men mangt bendir á, at A-handritið er skrivað við hond Rasmusar. Rættskrivingin í tí minnir nógv um rættskriving Rasmusar í hinum handritunum í F XIV. Hon liggur tætt upp at rættskriving Hammershaimbs.

Hini handritini til “Gunnar Havreka” í CI hava rættskriving, ið liggur rættiliga nær upp at rættskrivingaruppskoti Jakob Jakobsens frá 1889, so tey kann Sigrid Niclasen, ið var eldra systir Jákups, hava skrivað.

Men her mugu neyvari skriftkanningar og rættskrivingarkanningar gerast, áðrenn nakað kann sigast við vissu.

 

III

Fyrstu ferð, “Gunnar Havreki” tykist vera prentaður, er í 1. árgangi av “Tingakrossi” nr. 47-50, 190111.

Teksturin er prentaður sum framhaldskjallaragrein, og sami satsur verður nýttur, tá ið bókin R.C. Effersø: “Sjónarleikir” kemur út í 1901. G.H. stendur her á síðunum 269-278.

Triðju ferð finna vit leikin prentaðan í Minnisútgávuni, 2. bindi, 191812 á s. 101-109. Onkur einstøk rættskrivingarbroyting er gjørd.

Fjórðu ferð er leikurin prentaður í 1. bindi av “Føroyskum skaldskapi í úrvali”, 1934 13 s. 34-41.

Bera vit saman tekstin, sum hann trínur fram fyrstu ferð, hann er prentaður í 1901, og so tekstin her í „Føroyskum skaldskapi í úrvali I", 33 ár seinni, so eru 62 rættingar gjørdar.

Flestar teirra eru vanligar stavsetingarrættingar, t.d. anur til anir, morni til morgni og vegri til veðri, men nakrar málsligar rættingar eru gjørdar, og verða tær nevndar her:

“Inga liggur í tí einu (koyggjuni)” til “Inga liggur í aðrari (koyggjuni)”

“mær tyktist” til “mær tóktist”

“bleiv verandi” til “varð verandi”

“havi sætt” til “havi sæð”

“Miðanátt” til “Midnátt”

“so lógliga lít tú á meg” til “so lovliga lít tú á meg”

“borið teg so at” til “borið teg soleiðis at”

“Fýra manns” til “Fýra menn”

“Ikki vildi eg voldið” til “Ikki vildi eg volt”

“spakmæltur til hinar” til “spakmæltur við hinar”

“Neyðara Inga” til “Neyðar Inga”

“hjálpifelaginum” til “hjálparfelaginum”

“so møta vit nokk pápa” til “so munnu vit fara at møta pápa”

Í hesum sama líki er “Gunnar Havreki” so prentaður fimtu ferð í 2. útgávu av minnis-útgávuni “Rasmus Effersøe 1857-1957” s. 253-259, Edward Mitens gav út í 1957 og sættu ferð í “Føroyskum bókmentum í úrvali 2” 196414 s. 74-78.

 

IV

“Gunnar Havreki” er av sjónleiki at vera ógvuliga stuttur, hóast partarnir eru tríggir í tali.

Í 1. parti eru vit stødd inni í einari roykstovu, har vit hitta móður og dóttur, Gunnhild og Ingu, sum skifta orð saman. Inga er bangin, tí maður hennara er útrógvin, og hon grunar, at hann er burturgingin, tí hon hevur droymt hann. Í eini langari einrøðu minnist hon á, hvussu hon og Gunnar funnust, tá ið hon kom fram á hann, har hann lá skipbrotin í fjøruni. Mamman uggar hana við, at veðrið er gott, og at Gunnar er skilamaður og hartil góður svimjari.

2. partur er tvíbýttur. Í fyrra helmingi eru vit stødd á einum fýramannafari úti á sjónum. Hetta er bátur Gunnars. Ein av bátsmonnunum, Bartal, er drukkin og trívur í eitt táttaørindi. Gunnar hevur at honum. Bartal vil blíðka hann við at bjóða honum av fløskuni. Bartal fer á føtur, sløðrar út á stokkin, og báturin hvølvist. Í seinna helmingi eru tríggir av teimum fýra monnunum komnir á kjøl. Gunnar lovar at svimja til lands og fáa bát eftir hinum.

Í 3. parti eru vit stødd á bátastøð í heimbygd Gunnars. Ein annar bátsformaður, Gud-mundur, fær vissu fyri illgruna sínum, tá ið hann sær, at neystið hjá Gunnari er tómt, og hann hevur at bátsfelaga sínum, Jógvani, tí hann hevur ripað kleppin á eina hond, ið kom upp á stokkin. Hetta heldur Gudmundur hava verið hond Gunnars, tí hann trýr hvørki upp á sjódregil ella marmennil.

Tá ið Inga kemur omanat og spyr tíðindi, sigur Gudmundur, at hann ikki vil dylja, at hann heldur tað vera lítil líkindi til, at hon fær Gunnar aftur at síggja.

 

V

Tað kundi verið áhugavert at spurt, hvaðan Rasmus Effersøe hevur fingið tilfar til henda leik.

Sjálvt heitið bendir huganum móti einum kendum persóni í Føroya søgu, Heina Havreka 15 og tað, ið Inga í einarøðu síni í 1. parti sigur um, hvussu Gunnar kemur til Føroya, og hvussu tey finnast, er ikki ólíkt frásøgnini um Heina og Herborg. Og bæði í sjónleikinum og søgnini verður rættiliga fitt gjørt burtur úr einum dreymi - men teir eru ikki líkir í øðrum enn tí, at í báðum førum er tað gentan, ið fær drong, ið droymir, og í báðum førum verða dreymarnir útlagdir at merkja okkurt.

Rasmus kann væl hava hoyrt søgnina um Heina Havreka á manna munni. Somuleiðis aðrar søgur henni líkar um skipbrotnar unglingar. Hann kann eisini hava lisið søgnina, sum hon stendur prentað í Antiquarisk Tidsskrift 1849-51 s. 160-165 í tí hami, J.H. Schrøter16 hevur givið henni.

Dramatisku frásøgnina um bátsvanlukkuna, og um at maður slær við onkrum áhaldsi niður á hond, ið kemur upp á stokkin, kann Rasmus væl hava úr heimbygd síni, av Tvøroyri, haðan eg havi fingið hesa frásøgn17:

“Langabbi mín, Ole Petersen, var nevndur Óli Danski av teirri einføldu orsøk, at hann var føddur í Selsø nærhendis Roskilde 9/7-1838. Hann var sjómaður av yrki og kom til Tvøroyrar við skipi. Har giftist hann við Katrinu Malenu, dóttur Jaspur á Stóra Tippi - hann var tá einasti ognarmaður á Tvøroyri, átti víðagitnu Tippismørkina, ið røkk frá grótbrotinum undir Akurgerði og inn til smiðjuna hjá Jørgen innan fyri kaiina.

Óli Danski var tiltikin fyri at duga væl at svimja, t.d. sigst, at hann skuldi svimja um fjørðin yvir á Gálgan at skera torv við grevinum millum herðarnar.

Tá ið tað frættist 25. nov. 1871, at báturin hjá Mortensen, sum Óli var útrógvin við, var funnin hálvdur úti fyri Froðba, og eingin maður var bjargaður, høvdu fólk ilt við at trúgva hesum av grundum, ið eru nevndar omanfyri.

Tá ið so samstundis tey tíðindi fóru at ganga millum fólk, at Ranamenn, sum somu nátt eisini vóru útrónir og høvdu havt brennivínskagga við sær, skuldu hava sagt frá, at sjódregil var komin eftir teimum og hevði tikið um stokkin á bátinum, men at teir høvdu sligið hann á fingrarnar við ár, til hann slepti, var manna millum niðurstøðan henda: Báturin hjá Mortensen var av einihvørjari grund hálvdur (veðrið var annars gott, segðist), og Óli Danski hevði, tí hann dugdi so væl at svimja, svomið til Ranabátin og lagt hendurnar á stokkin á honum, men hevði ikki orkað at gjørt ella sagt nakað, tí hann var lúgvaður av svimjingini.

Ranamenn, sum skuldu hava verið druknir, hildu hetta tí vera okkurt ónatúrligt, høvdu sligið og soleiðis elvt til deyða Óla Danska.

So mikið rok stóðst av hesum, at sakin endaði fyri Suderø Ting. Einki hendi tó víðari, tí prógv fyri nøkrum vóru eingi.

Eftir sat einkjan við fýra smáum børnum - einki vaksið mannfólk var í húsinum. Sum so mangan tá í tíðini fór keypmaðurin so við og við við nærum øllum ognum, og heimið fór púra í upploysing."

Frásøgnin sigur rætt frá føðingardegi og -ári Óla Danska. Í kirkjubókini18 verður hann skrivaður Ole Petersen, føddur í “Selsø sogn, Frederiksborg Amt” 9/7  1838, doyptur í Selsø kirkju 19/8 sama ár.

Í “tilgangslistanum” stendur hann at vera komin til Tvøroyrar 12. januar 1863 úr Østby við Roskilde á Sælandi. Hann verður nevndur “baadmandssøn” og “møllersvend”.

Tá ið manntalið er í 1870, býr hann á Tvøroyri. Hann er 32 ára gamal og giftur við 28 ára gomlu Cathrine Malene Jespersen, dóttur “Husmand Jesper Jespersen og Hustru Elsebeth Sofie Frederikke Danielsdatter, Ørdevig”.

Katrina Malena og Óli eiga tá fýra børn:

Niels Alvinius Petersen 7 ár, Gunhild Sophie Helene 5 ár, Peter Larsen Petersen 3 ár og ódoypt gentubarn ikki ársgamalt.

Í politiprotokollini fyri Suðuroyar sýslu finna vit hesa hending umrødda19. Suðuroyar sýslumaður greiðir frá, at hann 25. november 1871 á Tvøroyri kannar, um tað er rætt, at seks mans, Ole Pedersen, Niclas Niclasen, Thomas Johan Petersen, Hans Vang, Daniel Johan Hentze av Tvøroyri og Magnus Jespersen úr Porkeri, skulu vera burturgingnir á útróðri náttina fyri. Honum er sagt, at nevndu menn morgunin fyri vóru farnir við línu við seksmannafarinum hjá Mortensen keypmanni. Síðan verður hildið fram:

“For Rapporten mødte Jens Christian Mortensen, Jens Jensen m.fl. af Frodebø, som forklarede, at de kl. 7 i Morges toge til Fiskeri fra Frodebø. Da de kom langs Landet udfor Osdal fandt de Kjøbmand Mortensens Tveraa Sexmandsfarer Baad flydende kæntret paa Søen tilligemed flere Gjenstande hørende til Baaden. De vendte Baaden strax paa ret Kjøl for at see om noget levende eller dødt Menneske maatte være i Baaden, men fandt intet. Morten Ole Vang Jespersen, Frodebø, som med Mandskab kom samme Vei til Fiskeri, gik strax med flere ankomne Fiskerbaade i Arbeide for at undersøge i Nærheden og langs Landet, om nogen af Baadens Mandskab kunde findes, men alt forgjeves, derimod fandtes alle de Langliner som Baadens Mandskab havde havt med lige for Frodebø Nypen, tæt ved Land og samlede. Da Baaden sandsynligt kun kunde drive indad fra Nypen til Osdal med det første af Ostfaldet, antages Baaden at være forlist kl. omtrent 4 i Nat”.

Tveir aðrir menn verða eisini spurdir, um teir vita nakað um hesa hending at siga. Teir eru Joen Peter Bech og Terkel Joensen úr Trongisvági (sum í frásøgnini frammanundan verða róptir Ranamenn). Teir greiða frá, at teir farnu nátt millum kl. 1 og 2

“passerede Frodebø Nypen frem og tilbage uden at se noget til den forulykkede Baad eller dens Mandskab”.

Men politiprotokollin er ikki liðug at greiða frá. Hon sigur, at 12. desember - stívliga tvær vikur aftan á vanlukkuna - eru tveir av manningini á Ranabátinum, Thor Thorstensen, 17 ára gamal, og Joen Jacob Joensen, 19 ára gamal, bidnir at vitna, hvat teir vita at siga um vanlukkunáttina. Frágreiðingin sigur, at teir

„hver for sig forklarede, at de Natten mellem 24de og 25de f.M. Klokken mellem 1 og 2 passerede tæt forbi Frodebø Nypen frem og tilbage. De skulde til Fiskeri med Joen Peter Beck og Flere og vare komne hen til Agre-tange, men da  de  ikke  syntes  om Veiret,  og  da  især  en  af Mandskabet var meget beruset, vendte de tilbage. De saa ikke noget til den Baad, Ole Pedersen Tveraa var med paa Fiskeri. I Nærheden af Nypen var ikke noget Mistænkeligt, og de hørte heller ikke noget til at Mennesker vare i Nærheden”.

Tað eru tveir veruleikar í løgreglufrágreiðingini, sum tykjast undirbyggja munnligu frásøgnina um, at komið var út í orð, at Óli Danski var mistikin fyri sjódregil og fyribeindur av óvart.

Fyrst hetta, at tveir unglingar av Ranabátinum verða kallaðir inn sum vitni meira enn 14 dagar aftan á vanlukkuna, hóast bátsformaður teirra og ein annar av manningini longu hava vitnað dagin eftir vanlukkuna.

Og so hetta, at báðir bert nevna Óla Danska og ongan av hinum fimm monnunum, tá ið teir verða spurdir, um teir hava sæð nakað til burturgingna bátin.

Góðir møguleikar eru fyri, at Rasmus Effersøe visti um hesa hending, tí Suðuroyar sýslumaður, sum skrivaði frágreiðingina, er Gudmund Effersøe20, faðir Rasmusar.

 

VI

Av røttum hevur verið sagt, at fyrstu føroysku sjónleikahøvundarnir aloftast tóku søguligar hendingar til viðgerðar í leikum sínum21, men her hava vit so eitt dømi um leik, ið byggir á hending, ið liggur samtíðini rættiliga nær. Væl kann tað vera, at eitt endamál Rasmusar við at lata bátin hjá Gunnari Havreka hvølvast av ávum brennivínsmanna er at vísa á vandan við ovurnýtslu av rúsdrekka. Júst hetta var ein stórur samfelagsligur umrøðuspurningur seinastu tjúgu árini av farnu øld, og Rasmus Effersøe var ein tann ídnasti talsmaðurin hjá fráhaldsrørsluni22.

Skaldsliga mettir eru hvørki Gunnar Havreki ella hinir leikirnir, skrivaðir vórðu fyri sløkum hundrað árum síðani, nøkur stórverk í føroyskum bókmentum.

Men kortini eru teir merkisverdir.

Í Føroya-frágreiðing síni ”Indberetninger indhentede paa en Allernaadigst befalet Reise i Færøe i Aarene 1781 og 1782” greiðir Jens Christian Svabo23 undir yvirskriftini „Lege og Lystigheder" frá, at ungfólk í Havn stutt frammanundan hava spælt tveir Holberg-leikir. Eingin ivast í, at leikirnir vóru framførdir á donskum máli. Og í grein síni ”Sjónleikur í Føroyum” í Varðanum 5. bindi, 1925 nevnir Kristin í Geil24 heilar 40 leikir, ið leiktir eru á donskum í høvuðsstaðnum í tíðarskeiðnum frá o.u. 1770 til o.u. 1920.

Føroyskt mál hevði ússalig kor longu á døgum Svabos25, og allir teir menn, sum í 19. øld fingust við málstarv, fremstir teirra V.U. Hammershaimb26 og Jakob Jakobsen27, lótu illa at málstøðuni í Føroyum28.

Eingin kann tí til fulnar ætla, hvør málslig stórhending tað í roynd og veru var, tá ið tað frá 1889 gjørdist árlig afturvendandi hending, at munnbær samrøða á føroyskum ljóðaði av leikpalli, seinni av leikpøllum.

Í hesum veruleika liggur tað merkisverdasta við ”Gunnari Havreka”, samtíðarleiki hansara og teimum upprunaleikum, ið aftan á teir komu. 

Viðmerkingar:

1. Hinir átta standa í lýsingini nevndir sum E.D. Bærentsen, H.N. Jacobsen, D. Isaksen, S.F. Samuelsen, Jens Olsen, Just Jacobsen, C.L. Johannesen, J. Padurson. - Rasmus verður skrivaður R.C. Effersø.

2. Her verður sæð burtur frá endurstovningarroyndini av Føringatíðindum í januar og februar 1906, sum A.C. Evensen o.a. stóðu fyri.

3. Víst verður til:

Edward Mitens: „Lívssøga Rasmus Effersøes". Inngangur í minnisútgávuni. 1. útg. 1917, 2. útg. 1957.

Rikard Long: „R.C. Effersøe". Tingakrossur nr. 30, 1933.

Maria Mikkelsen: „R.C. Effersøe". Jól uttanlendis 1944.

Árni Dahl: „Rasmus C. Effersøe". Bókmentasøga II, s. 26-29.

4. Hetta havi eg frá Martini Næs, landsbókavørði.

5. Í yvirlitinum verður við frámerkinum M + síðutali víst á, hvar umrøddi tekstur stendur prentaður í „Rasmus Effersøe. Minnisútgáva", 2. útg. 1957.

6. Cathrine Elisabeth Helene Effersøe, f. Müller 8/5-1824, d. 12/2-1903.

7. Her er nýtt tann stavseting, sum er í handritinum.

8. Hin var „Veðurføst", stundum nevndur „Veðurfastur", sjónleikur í trimum pørtum eftir Sonnu Helenu Patursson (1864-1916).

9. Ulf Zachariassen, bókavørður, vísti mær á hetta savnið.

10. Í summum heimildum um Sigrid Niclasen verður sagt, at hon er fødd í 1853. Hetta er skeivt. Kirkjubókin sigur, at hon er fødd 24/4-1854 og deyð 28/10-1927.

11. “Tingakrossur” prentar hetta árið, 1901, allar tríggjar upprunaleikir Rasmusar og týðingina „Hjá dalabóndum". Raðfylgjan er henda: “Hjá dalabóndum”, nr. 1-15, “Magnus”, nr. 16-27, “Best man vera, sum er”, nr. 28-48, “Gunnar Havreki” nr. 47-50.

12. Josephine og Edward Mortensen (seinni Mitens) góvu út.

13. H.N. Jacobsens Bókahandils forlag gav út. H.A. Djurhuus, M.A. Jacobsen og Chr. Matras løgdu til rættis.

14. Sverri Fon og Sofus Joensen løgdu til rættis.

15. f. í Bergen o.u. 1514, d. 1576, sóknarprestur í Eysturoyar prestagjaldi 1541-1566, Føroya próstur 1557-1566.

16. f. 25/2 1771, d. 14/11 1851.

17. Frásøgnina hevur Hans Holm av Tvøroyri, f. 1936, skrivað mær niður. Hann hevur hana eftir pápa sínum Jaspuri Holm, f. 1902.

18. Hesar upplýsingar um Ole Petersen og tær upplýsingar, sum nevndar eru niðanfyri, hevur Anna S. í Vági á Føroya Landsskjalasavni hjálpt mær at finna.

19. Hon hevur frámerkið nr. 172/1871.

20. f. 1827, d. 1916. Hann var sýslumaður í Suðuroy 1851-1894.

21. Nóg mikið er her at vísa á:

R.C. Effersøe: „Magnus", 1892, ið byggir á søgnina um Koltursdreingin, sum svam í Hest,

R.C. Effersøe: „Best man vera, sum er", 1895, ið verður nevndur „fólkalívsbílæti úr 17. árhundraði",

Sigrid Niclasen: „Jákup á Møn", 1890, ið byggir á táttin hjá Nólsoyar Pálli, yrktur o.u. 1800,

Chr. Holm-Isaksen: „Ófriðarligar tíðir", 1908, ið viðger søguligu hendingina, tá ið Nólsoyar Páll og Brillumaðurin hittast í Havn í 1808,

H.A. Djurhuus: „Marita", 1908, bygdur á miðaldarvísuna „Flóvin Bænadiktsson".

22. Edward Mitens tekur hesum viðvíkjandi soleiðis til í inngangi sínum í minnisútgávuni:

“Hansara stóra arbeiði bæði í skrift og talu fyri avhaldssakini má ikki gloymast. Hann var blaðstýrari av avhaldsblaðnum “Dúgvuni” eitt hálvt ár í 1899 og frá oktober 1900 til 1914. Hann var heiðurslimur av Havnar avhaldsfelag."

23. f. 1746, d. 1824

24. Chr. Holm-Isaksen f. 1877, d. 1935

25. Vísast kann t.d. til hetta brotið úr formælinum til eitt av orðabókarhandritum hansara: “Koloniens Sprog har da i en Række af Hundred-Aar været udsat for alle Fornærmelser, og er igjennem Slægternes utroe Hukommelse, radbrækket nedkommet til vore Tider. Det vanslægter nu gandske fra sin gamle Glands, er beblandet med meget fremmed, ja snart ikke kan kaldes et Sprog meere.”

26. f. 1819, d. 1909

27. f. 1864, d. 1918

28. V.U.H. sigur t.d. í formælinum til mállæru sína, prentað í „Annaler for Nordisk Oldkyndighed og Historie", 1854 m.a., at málið í Tórshavn er “noget jammerligt miskmask”, og J.J. tekur í grein síni “Nogle ord om færøsk, samt et forslag til en ny færøsk retskrivning”, Dimmalætting nr. 20-25, 1889, m.a. soleiðis til: “Sæt, at alt fik Lov til at gaa sin skjæve Gang ligesom hidtil, saa risikerede vi, at vort Sprog i Løbet af nogle Menneskealdre var blevet helt daniseret...”.

 

To top

Heimildir

Bókmentir:

1. Effersøe, R.C.: Ymisk handrit. Føroya Landsbókasavn F XIV.

2. Niclasen, Sigrid: Handrit. Føroya Landsbókasavn CI.

- - -

3. Af den Heinesenske slægts saga. Med en indledning om færøsk personalhistorie af Chr. Heilskov. Særtryk af „Personalhistorisk Tidsskrift". VI. B. 3.H. København 1916.

4. Føroya biskupa-, prósta- og prestatal. Greitt úr hondum hevur Janus Øssursson. Mentunargrunnur Føroya Løgtings, Tórshavn 1963.

5. Føroyskar bókmentir í úrvali 2. Lagt til rættis hava Sverri Fon og Sofus Joensen. Føroya Skúlabókagrunnur 1964.

6. Føroyskur skaldskapur í úrvali I. Givið út hava H.A. Djurhuus, M.A. Jacobsen og Chr. Matras. Tórshavn H.N. Jacobsens forlag 1934.

7. Lærarafólk í Føroyum 1870-1976, 2. útg. Marius Johannessen legði til rættis. Føroya Lærarafelag 1976.

8. Skjøl til politiprotokollina fyri Suðuroyar sýslu. Føroya Landsskjalasavn.

9. Tingakrossur 1. árg. 1901.

- - -

10. Dahl, Árni: Bókmentasøga II, 1876-1939. Forlagið Fannir, Tórshavn 1981.

11. Djurhuus, H.A.: Marita, sjónleikur, Tórshavn 1908.

12. Effersøe, R.C.: Minnisútgáva. 1. útg. í tveimum bindum 1917/18, Josephine Mortensen og Edward Mitens góvu út. 2. útg. 1957. Edward Mitens gav út.

13. Effersø, R.C.: Sjónarleikir, 1901.

14. Hammershaimb, V.U.: Færøisk sproglære, Annaler for nordisk oldkyndighed og historie, 1854.

15. Heilesen,   Henning:   John   Gudmundsen Effersøe. Fra Færøerne: Úr Føroyum VI. Udgivet af Dansk-færøsk samfund, København 1971.

16. Isaksen, Chr. Holm: Sjónleikur í Føroyum. Varðin 5, 1925.

17. Isaksen, Chr. Holm: Ófriðarligar tíðir, sjónleikur, Tórshavn 1908.

18. Jakobsen, Jakob: Poul Nolsøe lívssøga og irkingar. Onnur óbroytta útgáva. PF H.N. Jacobsens bókahandil, Tórshavn 1966.

19. Jakobsen, Jakob: Nogle ord om færøsk, samt et forslag til en ny færøsk retskrivning. Dimmalætting nr. 20-25, 1889. Prentað í Greinum og ritgerðum, 1967.

20. Long, Rikard: R.C. Effersøe. Tingakrossur nr. 30, 1933.

21. Matras, Chr.: Rasmus Christoffer Effersøe. Føroysk Bókmentasøga. Føroya Málfelag, Keypmannahavn 1935.

22. Mikkelsen, Maria: R.C. Effersøe. Jól uttanlendis 1944.

23. Mikkelsen, Maria: Tveir føroyingafelagslimir. Anna Horsbøl - Maria Hammershaimb. Útiseti IV, 1949.

24. Niclasen, Sigrid: Jákup á Møn, sjónleikur 1890. Prentaður 1903.

25. Simonsen, Malan: Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902. Mentunargrunnur studentafelagsins 1985.

26. Schrøter, J.H.: Færøiske Folkesagn. Antiquarisk Tidsskrift 1849-51.

27. Svabo, J. C: Dictionarium Færoense. Færøsk-dansk-latinsk Ordbog. Udgivet efter håndskrifterne af Chr. Matras. II, Indledning og registre. Munksgaard København 1970.

28. Svabo, J.C.: Indberetninger indhentede paa en Allernaadigst Befalet Reise i Færøe i Aarene 1781 og 1782. Selskabet til udgivelse af færøske kildeskrifter og studier. København 1959.

 

To top

Summary

In 1888 Rasmus C. Effersøe (1857-1916) was one of the organizers of the memorable Meeting at Christmas that initiated the struggle for the preservation and development for Faroese language and culture.

This article describes and discusses one of Effersøe's collections of manuscripts, Føroya Landsbókasavn (Faroe National Library) F XIV. In this collection there are two letters, fifteen poems or extracts of poems, and three plays.

The existing manuscripts of Effersøe's first play, Gunnar Havreki, 1889, are also discussed as are some of the linguistic modifications made in subsequent publications, especially the 4th in 1934. The plot of the play refers to a tragedy which occurred at sea during the night between 24th and 25th November 1871 when a boat and its crew were lost.

In conclusion the article evaluates the literary merit of the plays written in Faroes a century ago. They are not regarded as great works in Faroese literature, but as to the evolution of the language it is considered very important that ever since 1889 ordinary Faroese dialogue has been heard on stage.

Marianna Debes Dahl

 

To top