Skip to main content

Hin politiski kannustoyparin

Ludvig Holberg

Sjónleikur í fimm pørtum

Leikur fer fram í 18. øld

Rikard Long týddi í 1922

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

 

Tey leikandi

(Her eru aðalpersónarnir nevndir)

Hermann von Bremen.

Geska, kona hans.

Engelka, dóttir hans.

Antonius, biðil hennar.

Heindrikur, tænarin.

Anneka, arbeiðiskonan.

To top

Fyrsti Partur

ACTUS I.

Scen. 1.

Antonius.
Eg tori svørja uppá, at hjartað situr mær í hálsinum; tí eg skal tala við meistar Hermann og biðja um dóttur hansara, sum eg leingi havi verið trúlovaður við, men í loyndum. Hetta er triðju ferð, eg havi verið á leið til hansara, men eri vendur við aftur. Var tað ikki fyri skammar sakir og ta ábreiðslu, eg má hoyra av móður mínari, so gekst á sama hátt hesa ferð við. Tað er eitt brek og ódirvi, ið er mær í kjøti borið, og sum eg ikki havi lætt fyri at vinna av; hvørja ferð eg eri at banka upp á dyrnar, er tað, eins og onkur fjøtrar mær hondina. Men gott treysti, Antonius! er hálv ferðin; her slepst ikki undan, tú mást undir tað. Eg má hampa meg eitt sindur fyrst, tí tey siga, at meistar Hermann er vorðin so løgin í seinastuni. (Hann loysir hálsturruklæðið av sær, bindur tað aftur, tekur ein greiðkamb og greiðir sær hárið, bustar av skónum.) So, nú hugsi eg, at eg fyri alt tað ikki geri mær fyri skommum; nú má eg banka uppá. Hygg! So satt eg eri ein ærligur drongur, er tað ikki, eins og eitt fjøtrar mær hondina. Ei, corrasi1, Antonius! eg veit, tú hevur jú einki ilt gjørt. Eg kann jú ikki fáa minni enn nei. (Bankar uppá.)

 

Scen. 2.

Heindrikur. Antonius.

Heindrikur (etandi eina breyðflís).
Serviteur2, meistar Antoni! Hvønn vilja tygum tala við?

Antonius.
Eg vildi tala við meistar Hermann, um hann var einsamallur.

Heindrikur.
Jú, so. Einsamallur er hann væl, men hann situr og lesur.

Antonius.  
So er hann gudiligari enn eg.

Heindrikur.
Um tann lógin var ásett, at Hercules3 skuldi vera ein lestrabók, so hugsi eg, at hann skuldi kunna prædika, nær tað skuldi vera.

Antonius.
Men hevur hann stundir fyri sínum arbeiði at lesa í slíkum bókum?

Heindrikur.
Vita tygum ikki tað, at húsbóndin hevur tvinni størv? Hann er bæði kannustoypari og politicus.

Antonius.  
Tað hóskar ógvuliga illa saman.

Heindrikur.
Tað hevur eisini givið okkum at bíta; tí tá ið hann ger nakað arbeiði, sum sjáldan ber á, so er tað so politiskt vorðið, at vit mega stoypa tað um aftur. Men vilja tygum annars tala við hann, so kunnu tygum fara beint inn í dagligstovuna.

Antonius.
Eg havi eini umráðandi ørindi, Heindrikur! tí millum okkara sagt, so vil eg biðja um dóttur hansara, sum eg so leingi havi verið trúlovaður við.

Heindrikur.
Tað eru so sanniliga eini umráðandi ørindi. Men hoyrið, meistar Antoni! Tygum mega ikki fara at ilskast yvir, at eg vari tygum um eitt: vilja tygum hava hugsing um, at bønarorð tygara skulu ganga út, so mega tygum prýða um orð tygara og tala so fínliga, tí hann er vorðin so út av lagi undarligur í seinastuni.

Antonius.
Nei, so pínadoyð um eg geri, Heindrikur! eg eri ein dugandi og ærligur handverkari, ið ongar complimentatiónir4 havi lært. Eg sigi einki annað enn beinanvegin, at eg havi elskhug til dóttur hansara og biði um hana til konu.

Heindrikur.
Einki annað. Ja, so vil eg lata meg hanga, um tygum fáa hana, í hvussu er mega tygum byrja talu tygara við teimum orðum: Av teirri grund ella tessvegna. Tygum skulu vita, meistar Antoni, at tygum koma til ein væl lærdan mann, ið lesur dagar og nætur í politiskum bókum, so hann mátti verið ørur. Tað mesta, hann í seinastuni hevur havt at brigda húsfólkinum her, er, at tey vita hvørki siðir ella hógv, serliga eg, hvønn hann aldri tekur til, uttan at hann nevnir meg: óreini skarnskroppur tín. Nú í vikuni, ið var, vildi hann so pínadoyð hava matmóðurina at ganga við ádriánu5 , tó at hann kom onga leið við tí, tí matmóðirin er ein kristilig og gamalslig kona, ið heldur læt seg drepa, enn hon legði sína fløskutroyggju6  burtur av sær. Hann gongur kviðin við onkrum, hvat dekan tað nú er. Um tygum tí vilja hava bønarorð tygara at ganga út, mega tygum akta mínum ráðum.

Antonius.
Nei, ongar skákvegir ætli eg mær, men beinanvegin fram. (Fer inn).


Scen. 3.

Heindrikur.

Heindrikur (einsamallur).
Tað ringasta við at bera upp bønarorð er at koma uppá, hvussuleiðis tú skalt byrja talu tína. Eg havi einaferð sjálvur skulað biðið um eina gentu, men kundi í fjúrtan dagar ikki koma uppá, hvat eg skuldi siga. Eg visti væl, at eg skuldi byrja taluna við teimum orðum:   tessvegna ella av teirri grund; men vanlukkan var, at eg kundi ikki koma uppá onnur orð at skoyta afturat hesum tessvegna. Eg tímdi ikki tá at plága meg longur við tí, men fór og keypti mær ein formulár hjá Jákupi skúlalærara fyri 8 skilling, tí so mikið tekur hann fyri teir; men tað var mær dekans illa burturúr, tí tá ið eg hálvt var liðugur við taluna, kundi eg ikki koma uppá tað, ið eftir var, og eg smæddist fyri at taka blaðið upp úr lummanum. Eg havi dugað ta talu so ræði sum faðirvár bæði áður og eftirsíðani, men tá ið mest um ráddi, kom hon mær tvørt fyri.   Hon var soleiðis:

Næst skylduga salutems heilsu eri eg Heindrikur Andrassarson av vælumráddum huga, trá og tilstudlan higar komin at lata tygum vita, at eg ikki eri meira av grýtugróti enn onnur; og tessvegna at alt í verøldini kennir á sær elskhug, sjálvt ómælandi kríatúr, altso eri eg við Gud og heiður higar komin óvirðiligur at biðja og krevja tygum til mína hjartans allarkærastu.

Um onkur vil geva mær 8 skilling aftur, vil eg lata hana. Hon er so væl tann pening verd, tí eg vildi hildið, at tann, ið dugir at bera fram slíka talu, kann fáa hvørs mans dóttur, hann vil. Men har kemur húsbóndin, nú er at skunda sær.

 

Scen. 4.

Hermann von Bremen.   Antonius.

Hermann.
Tygum skulu hava takk, monsieur Antonius, fyri tygara góða tilboð;  tygum eru ein dámligur og røkin drongur, og eg hugsi fyri víst, at dóttir mín hevði verið væl farin, um hon fekk tygum. Men eg vildi fegin til dótturmann havt ein, ið hevur studerað sína politicu.

Antonius.
Mín kæri monsieur Hermann von Bremen! eingin kann tó føða konu og børn við tí.

Hermann.
Ikki tað? Halda tygum, at tað er mín ætlan at doyggja sum kannustoypari? Tygum skulu síggja tað, áðrenn eitt hálvt ár er umliðið. Tað er mín vón, at tey, tá ið eg havi lisið hin evropeiska herold7 lidnan, skulu bøna meg um at taka setur í ráðnum. Hin politiska nachtisch8 dugi eg longu á fingrunum, men hann batar ikki einsamallur. Skomm fái autor9, hann átti at hava gjørt meira burturúr. Tygum kenna væl ta bókina?

Antonius.  
Nei, ikki geri eg tað.

Hermann.
So skal eg lána tygum mína, hon er eins góð, og hon er lítil; alla mína politicu, sum hon er, havi eg úr teirri bók og so úr Hercules og Herculiscus10.

Antonius.
Hin seinasta er jú ikki uttan ein román.

Hermann.
Jú, gaman í; gævi verøldin uddi við slíkum románum. Eg var einastaðni nú um dagirnar, hvar ein høgur harri lýddi mær í oyrað: Hann, ið hevur lisið hasa bók við skili, kann skipa fyri tí størsta starvi, ja, ráða einum heilum landi.

Antonius.
Góði tygum! tá ið eg skal geva meg til lesnað, forsømi eg mítt arbeiði við tað.

Hermann.
Eg sigi tygum, monsieur: eg ætli ikki leingi afturat at vera kannustoypari. Eg átti fyri langt síðani at verið farin frá tí starvi, tí hundrað rættir menn her í staðnum hava sagt við meg: Hermann von Bremen! Tygum áttu at verið nakað annað. Ja, tað er ikki longur síðani enn nú um dagirnar, at ein borgarmeistari í ráðnum ønti hesi orð: Hermann von Bremen kundi væl dugað til okkurt annað enn kannustoypara; hasin maður eigur tað, sum sjálvt mangir av okkum í ráðnum mega sóknast eftir. Eftir hvørjum tygum kunnu ætla, at eg ikki doyggi sum kannustoypari. Vil tí fegin til dótturmann hava ein, ið hevur hug til státssakir, av teirri grund at eg vóni, at sum tíðin líður, skulu bæði hann og eg koma í ráðið. Vilja tygum nú fara undir hin politiska nachtisch, so vil eg yvirhoyra tygum hvørt leygarkvøld og vita, hvørji framstig tygum hava gjørt.

Antonius.
Nei so sanniliga vil eg ikki; eg eri ov gamalur til at fara í skúla uppaftur.

Hermann.
Ja, so eru tygum heldur ikki skikkaður til at vera dótturmaður mín. Adieu!

 

Scen. 5.

Geska, kona von Bremens. Antonius.

Geska.
Tað er harmiligt við manni mínum, aldri er hann heima og fæst við nakað arbeiði; eg vildi givið nakað nógv fyri at vita, hvar hann heldur til. Men hygga síggj, monsieur Antonius! ganga tygum her so einsamallur? Vilja tygum ikki koma innar?

Antonius.
Nei góða tygum, takk fyri meg, eg eri ikki nóg fínur til tess.

Geska.
Óreint í hann, ið ikki stendur og tvætlar.

Antonius.
Maður tygara er vorðin ørur av politikki og gongur kviðin við einum borgarmeistara. Hann flennir upp í háð av arbeiðandi fólki sum mær og javningum mínum; hann heldur seg vera klókari enn sjálvan notarius politicus11.

Geska.
Handan býttlingin, handan tápulingin, vilja tygum leggja lag í hann? Eg hugsi heldur, at hann verður armingi og verður at bidda sær molarnar, enn at hann verður borgarmeistari. Kæri Antonius! Tygum skulu einki leggja lag í hann og latið ikki tann hug fara, sum tygum hava til dóttur mína.

Antonius.
Von Bremen svør uppá, at hon skal ongan hava uttan ein politicus.

Geska.
Eg skal fyrr snara høvdið av henni, enn hon skal fáa ein politicus. Í gomlum døgum róptu tey jú ein skálk fyri ein politicus.

Antonius.
Eg ætli mær heldur ikki at verða slíkt; eg havi livað hampiliga við at smíða hjól. Tað arbeiði gav faðir mínum sála hans dagliga breyð, og eg vóni, at tað fer at føðga meg við. Men har kemur ein drongur, sum man vilja tala við tygum.

Geska.  
Hvørji eru tíni ørindi, góða barnið?

Drongurin.
Eg vildi fegin talað við meistar Hermann.

Geska.
Hann er ikki inni; vilt tú ikki siga mær tað?

Drongurin.
Eg skuldi fregnast frá madammuni, um hitt fatið var liðugt, sum hon bílegði fyri trimum vikum síðani; vit hava spurt tíggju ferðir og uppaftur tíggju ferðir eftir tí, men einki uttan tos er spurt burturúr.

Geska.
Góða barnið, bið madammuna taka útyvir; tað skal so víst verða liðugt í morgin.

Ein annar drongur.
Eg skuldi vita eina ferð með alla, um hasir borðiskarnir kunnu verða lidnir. Teir kundu verið gjørdir og slitnir, síðani vit bíløgdu teir. Matmóðirin svór uppá, at tit fingu ikki snarliga arbeiði fyri okkum aftur.

Geska.
Hoyr, góða barnið; tá ið tit bíleggja nakað hereftirdags, skulu tit bíleggja tað hjá mær; maður mín hevur summar tíðir nøkur svín á skóginum, so tað batar einki at tala við hann um tað. Trúgv mær míni orð, tað skal verða liðugt leygardagin. Adieu! Her síggja tygum, kæri Antonius, hvussuleiðis er vorðið her í húsi. Vit missa vegna hansara órøkjuskap eitt arbeiði fyri og annað eftir.

Antonius.  
Er hann ongantíð heima, meðni?

Geska.
Sjáldan; og tá ið hann er heima, gongur hann burtur í øðrum heimi og ger ikki peningsverk. Eg krevji einki av honum, uttan at hann ansar eftir arbeiðisfólkunum, tí tá ið hann ger okkurt, mega sveinarnir gera tað um aftur. Har kemur Heindrikur, hann vil sanna míni orð.

 

Scen. 6.

Heindrikur. Geska. Antonius.

Heindrikur.
Matmóðirin, her er maðurin úti, ið skal hava pening fyri tær átta tunnur av koli, vit fingu í gjár.

Geska.
Ja, hvaðani skal eg taka peningin? Hann fer at steðga, til maður mín kemur heim. Kanst tú ikki siga mær, hvar maður mín rankast um dagarnar?

Heindrikur.
Um matmóðirin vildi tagt sum grøvin, hevði eg torað sagt tað.

Geska.
Eg svørji tær um mína sál, Heindrikur, at eg skal ikki forráða teg.

Heindrikur.
Har verður hvønn dag hildið eitt collegium12, sum teir rópa collegium polemiticum13, hvar fleiri enn tólv mans koma saman og tala um státssakir.

Geska.  
Hvar verður tann fundur hildin ?

Heindrikur.
Matmóðirin má ikki rópa tað fund, tað eitur collegium.

Geska.
Hvar verður so tað collegium hildið meðni?

Heindrikur.
Tað verður hildið skiftandi, so hjá einum, so hjá einum øðrum; í dag (men ikki míni orð uppaftur) skal tað verða hildið her.

Geska.
Ha, ha, nú skilji eg, hví hann vildi hava meg í dag út at vitja Arianku hjá smiðinum.

Heindrikur.
Matmóðirin kann væl fara út, men venda við aftur um ein tíma, so teir ikki vara tað. Í gjár varð hetta sama collegium hildið hjá Jænisi øltappara; har sá eg teir allar sita um eitt borð og húsbóndan fyri borðsendanum.

Geska.  
Kendi tú nakran av teimum?

Heindrikur.
So væl kenni eg allar; har vóru: húsbóndin og maðurin í húsinum, tað vóru tveir; Frantz parykkmakari 3, Kristoffir málari 4, Gilbert tapetmakari 5, Kristian fargari 6, Gert loðskinnaskraddari14  7, Henning bryggjari 8, Sívar posakagari 9, Niels skrivari 10, Dávur skúlalærari 11 og Richart bustabindari 12.

Antonius.
Hatta eru allir rættir menn til at tala um státssakir. Hoyrdi tygum, hvat teir talaðu um?

Heindrikur.
Eg hoyrdi tað, men eg skilti eina lítið av tí; eg hoyrdi so frægt, at teir tóku av keisarar og kongar og churfurstar og settu aðrar í teirra stað. So talaðu teir um toll, so um accisu og consumptión15, so um ódugnamenn, ið sótu í ráðnum, so um Hamborgs frama og handilsins framburð, so blaðaðu teir í bókum, so kagaðu teir í landkort. Richart bustabindari sat við eini gásafjøður í hondini, so eg hugsi, at hann má vera skrivari í ráðinum.

Antonius.
Ha, ha, ha! Tað fyrsta eg hitti hann, skal eg sanniliga siga: góðan dagin, harri skrivari.

Heindrikur.
Ja, men ikki míni orð uppaftur; fjandin skuldi komið sær í hóslag við sovorðið fólk, ið kann taka av kongar og fúrstar, ja sjálvan borgarmeistara og ráð.

Geska.  
Leggur maður mín eisini uppí?

Heindrikur.
Ikki stórvegis, hann situr bert og hugsar og fær sær upp í nøsina, meðan hinir tala, og tá ið teir so eru lidnir, so dømir hann ímillum.

Geska.  
Kendi hann teg ikki, meðni?

Heindrikur.
Hann sá meg ikki, tí eg var í eini aðrari stovu; og sjálvt um hann hevði sæð meg, hevði hann ikki kent meg fyri sínum stórlæti, tí hann hevði eitt yvirbragd eins og ein landaovasti16, eins og hin hægsti borgarmeistari, tá ið hann tekur ímóti einum ministara. Tá ið fólk fyrst koma í collegiir, so fáa tey eins og tám fyri eyguni, so tey enn ikki kunnu síggja teirra bestu vinmenn.

Geska.
Áh, eg arma menniskja! hasin maður kemur okkum í ólukku, um borgarmeistari og ráð fara at frætta, at hann situr og broytir státin. Teir góðu menn vilja onga broytan hava her í Hamborg. Vita eftir, um vit ikki hava politi fyri gáttini, áðrenn vit vita av, og mín góði Hermann von Bremen verður settur fastur.

Heindrikur.
Tað kundi væl borið á, tí ráðið hevur aldri verið í størri mæti enn nú, síðani ta ferðina landaverjan lá í Hamborg17. Um allir borgarar gingu saman, vóru teir ikki mentir at verja hann.

Antonius.
Ørskapur! Tað er ikki til annað enn at flenna at slíkum ørvitisknokkum; hvat dugir ein kannustoypari, ein málari ella ein bustabindari at skyna á státssakir? Ráðið vil heldur halda sær at gaman enn at ræðast slíkt.

Geska.
Eg vil royna at sníkja meg inn til teirra.  Lat okkum fara innar so leingi.

 

Orðafrágreiðingar til 1. part:

1. corrasi = dirvi
2. serviteur = tænari
3. Hercules = týsk román
4. ongar complimentatiónir = einki smikur
5. ádriánu = forbronglað av adrienne, eini klæði, ið fínar konur brúktu tá á døgum
6. fløskutroyggju = konufólkatroyggja, ið longu á Holbergs døgum var farin av móta
7. herold =  ein stór týsk bók um politisk viðurskifti
8. nachtisch = ein lítil týsk lummabók við upplýsingum fyri politikarar og avíslesarar
9. autor = hann, ið skrivað hevur
10. Herculiscus = týsk román
11. notarius politicus = eigur at vera: notarius publicus, ein embætismaður, ið fyri státin skal vera hjástaddur undir ymsum rættarmálum. Í Føroyum er sorinskrivarin notarius publicus.
12. collegium = samkoma
13. collegium polemiticum = átti at verið: collegium politicum (ein politisk samkoma)
14. loðskinnaskraddari = ein maður, ið virkar og selir loðskinn (pelsværk)
15. accisu og consumptión = Fyrr var tollurin ikki einans latin av vøruni við innførslu til landið, men umframt til staðin, hon var førd til
16. landaovasti = Týskland var áður býtt í 10 lond; í hvørjum var ein ovasti, ið skuldi ansa, at friður var í landinum.
17. landaverjan lá í Hamborg = í 1708-1712 var í Hamborg eitt keisaraligt herlið fyri at køva allar demokratiskar rørslur.

 

To top

Annar partur

ACTUS II.

Scen. 1.

Collegium politicum. Heindrikur. Hermann.

Hermann.
Heindrikur! Ger nú alt til, krúss og pípur á borðið. Nú verða teir brátt at koma. (Heindrikur ger alt til. Teir koma inn ein fyri og annar eftir. Teir sessast um borðið og Hermann von Bremen fyri borðsendanum).

Hermann.
Heilir og sælir allir samlir. Nú, góðu menn, hvar var tað, vit góvust seinast?

Richart bustabindari.
Tað var um Týskalands interessur, hugsi eg.

Gert loðskinnaskraddari.
Satt er tað, nú minnist eg. Tað vil alt saman laga seg á næsta ríkisdegi. Gævi eg var har ein tíma; eg vildi lýtt churfurstanum av Mayntz nakað í oyrað, sum hann skuldi takka mær fyri. Hasir menn vita ikki, hvørjar Týskalands interessur eru. Hvar hevur nú nakar frætt um ein keisarligan residentsstað1  sum Wien uttan flota ella ið hvussu er uttan galleiir2? Teir kundu so væl hildið ein krígsflota til verju fyri ríkið; har er jú bæði krígssteuer og rømermonathen3 til tess. Ólíka í Turkin, ið klókari ikki er. Vit kunnu aldri betur læra at kríggjast enn av honum.   Har er jú nógmikið av skógum bæði í Eysturríki og Prág, um teir bert vildu nýtt teir annaðhvørt til skip ella mastir. Høvdu vit ein flota í Eysturríki ella Prág, so hevði hvørki turkurin ella fransurin hættað sær at kringseta Wien, og vit kundu farið beinleiðis til Miklagarðs. Men eingin hugsar um slíkt.

Sívar posakagari.
Nei, ikki eitt livandi kykt. Okkara forfedrar hava verið so nógv snildari. Alt ræður um at skipa væl fyri. Týskaland er ikki størri nú, enn tað var áður í fyrndini, tá ið vit ikki eina vardu okkum menniliga móti øllum grannum okkara, men eisini løgdu undir okkum stórar partar av Frakkaríki og kringsettu París bæði á landi og sjógvi.

Frantz knívssmiður.
Men París er jú eingin sjóstaður.

Sívar posakagari.
So dugi eg illa at skyna á landkorti. Eg veit so væl, hvar París liggur. Soleiðis liggur jú Ongland, beint her, sum eg seti henda fingur, her er Canaillian4 , her er Bordeus5  og her París.

 

Frantz knívssmiður.
Nei, bróðir! her liggur jú Týskaland, og her beint við er Frakkaríki, sum er landfast við Týskaland, ergo6 kann París ikki vera nakar sjóstaður.

Sívar.
Er so eingin sjógvur við  Frakkaríki, meðni?

Frantz.
Nei, góði tú; ein frakkur, ið aldri hevur verið uttanlands veit einki av skipum ella bátum at siga. Spyr bert meistar Hermann. Er tað ikki, sum eg sigi, meistar Hermann?

Hermann.
Eg skal brátt døma ímillum. Heindrikur! fá okkum landkortið yvir Evropu, Danckwarts7  landkort.

Verturin.
Her hava tygum eitt, men tað er nakað illa farið.

Hermann.
Tað sakar einki. Tað er ikki fyri tað, eg veit so væl, hvar París liggur, men eg vil bert hava landkortið, fyri at hinir kunnu lata seg siga. Her síggja tygum, Sívar, her liggur Týskaland.

Sívar.
Jú, satt er tað, eg kann síggja tað á Donauánni, ið rennur her.

(Í tí hann vísir á Donauánna, kollveltir hann krússið við alboganum, so landkortið spillist).

Verturin.
Handan Donauáin var heldur ógvislig.   (Allir læa): Ha ha ha!

Hermann.
Hoyrið, góðu menn! Vit tala so nógv um fremmandar sakir, latum okkum tala eitt lítið um Hamborg; tað málið kann geva okkum nóg mikið um at vera. Eg havi so ofta hugsað um, hví tað man vera, at vit eiga eingi pláss í Indiu, men verða at keypa ta vøru av øðrum. Tað er ein søk, ið borgarmeistari og ráð áttu at hugsa um.

Richart bustabindari.  
Tosa ikki um borgarmeistara og ráð, skulu vit bíða, til teir hugsa um slíkt, so fara vit at bíða leingi. Her í Hamborg verður ein borgarmeistari umtóktur eina av tí, at hann er førur fyri at kúga teir lógligu borgarar.

Hermann.
Eg haldi, góðu menn, at tað enn ikki er ov seint; tí hví skuldi kongurin av Indiu ikki unnað okkum handil eins væl og hálendingum, ið hava einki at føra hagar uttan smør og ost, ið javnan verður spilt á vegnum? Eg haldi, at vit gjørdu væl, um vit løgdu eitt uppskot inn til ráðið um hetta. Hvussu mangir eru vit her samankomnir?

Verturin.
Vit eru ikki uttan seks; tí hinir seks hugsi eg ikki koma tíðari.

Hermann.
Tað eru eisini nóg mangir. Hvat halda tygum, harra vertur? Latum okkum mæla til.

Verturin.
Eg eri aldeilis ikki fyri hasum uppskoti, tí slíkar ferðir taka úr býnum nógv gott fólk, sum eg havi dagliga inntøku av.

Sívar posakagari.
Eg haldi, at vit eiga at hugsa meira um landsins framburð enn um egnan vinning, og at meistar Hermanns uppskot er so frálíkt, sum nakað kann vera. Helst meira handil vit hava, helst lívligari verður í landinum; helst fleiri skip koma higar, helst betri er tað eisini fyri okkum smáu embætismenn. Tó tað seinasta er ikki mesta orsøk til, at eg taki undir hetta uppskot, men eina landsins tørvan og framburður fær meg at styðja slíkt.

Gert loðskinnaskraddari.
Eg kann á ongan hátt taka undir hetta uppskot, men mæli heldur til at stovna feløg til handils upp á Grønland og Strat Davids, tí slíkur handil er so nógv gagnligari og betri fyri landið.      

Frantz knívsmiður.
Eg haldi meg skilja, at Gerts tilmæla sipar meira til egnan vinning enn til frama fyri republikkina, tí á teim indiansku ferðum tørvast loðskinnaskraddarar ikki so mikið sum á norðlandaferðum. Fyri mín part haldi eg, at hin indianski handil hevur meiri at týða enn allur annar; tí í Indiu kunnu teir summatíðir fyri ein knív, gaffil ella saks fáa eitt petti av gulli, ið vigar eins nógv. Vit mega skila soleiðis til, at tey uppskot, vit leggja inn til ráðið, ikki sipa til egnan vinning, tí annars koma vit onga leið við teimum.

Richart bustabindari.
Eg haldi sum Niels skrivari.

Hermann.
Tú mælir til eins og ein bustabindari. Niels skrivari er jú ikki til steðar. Men hvat vil hatta konufólkið her? Hatta er so sanniliga kona mín.

 

Scen. 2.

Geska. Collegium politicum.

Geska.
Her ert tú, tín letingi. Tað var nóg so gott, um tú arbeiddi okkurt ella ið hvussu var ansaði eftir fólkunum; vit missa eitt arbeiði fyri og annað eftir av tínum órøkjuskapi.

Hermann.
Tegi, kona! tú verður borgarmeistarafrú, áðrenn tú veitst av at siga.  Heldur tú, at eg gangi úti fyri spølni? Jú, jú, eg havi tíggju ferðir so mikið arbeiði sum tit her í húsi; tit onnur arbeiða eina við hondunum, men eg við heilanum.

Geska.
Tað sama gera øll ør fólk, tey ganga eins og tú burtur í øðrum heimi og møða heilan við ørvitisskapi og tvætli, og hugsa sær at gera neyðsynjarverk, og so er tað púra, blektra einki.

Gert loðskinnaskraddari.
Var hatta kona mín, hon skuldi ikki sagt so meira enn eina ferð.

Hermann.
Oy, Gert! av slíkum má ein politicus ikki lata við seg komast. Fyri einum ári síðani ella trimum hevði eg lagt henni stavin á bakið fyri slíka talu; men síðani eg eri farin at lesa í politiskum bókum, havi eg lært at vanvirða slíkt. Qui nescit simulare, nescit regnare8, sigur ein gamalur politicus, ið eingin býttlingur var, eg hugsi, hann æt Agrippa ella Albertus Magnus, tí tað er undirstøðan til allan politikk í verøldini; tí hann, ið ikki tolir at hoyra eitt ónt orð av einari bráðsintari og illari konu, tjenar ikki til nakað úrmælt starv. Kaltsinni er hin alrastørsta dygdin og hin gimsteinur, ið er størsta prýði fyri landastýrarar og yvirvald. Tí haldi eg, at eingin átti her í staðnum at sloppið at sita í ráðnum, áðrenn hann hevði roynt sítt kaltsinni og prógvað, at hann var førur fyri at taka ímóti ikki eina ókvæmisorðum, men eisini móti kropsligari atsókn. Eg eri av mær sjálvum bráður, men royni at køva tað við lesnaði.   Eg havi lisið í fortaluni til eina bók, ið eitur: Der politische Stockfisch9, at tá ið tú verður reiðiliga ovursintur, skalt tú telja upp í tjúgu, so kanst tú ofta sissast.

Gert.
Tað hevði ikki hjálpt mær, um eg so taldi upp í hundrað.

Hermann.
Ja, so tjena tygum ikki til annað enn at vera subaltern10 . Heindrikur! gev konu míni eitt krúss av øli og set tað yvir á hatta lítla borðið.

Geska.
Óreinsettur! heldur tú, eg eri komin higar fyri at drekka?

Hermann.
1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11, 12, 13. Nú er sloppið. Hoyr, konan, tú mást ikki tala so harðliga til mann tín, tað letist so ræðuliga ósiðað.

Geska.
Er tað kanska fínt at bidda? Hevur ikki hvør kona orsøk til at deila, tá ið hon hevur slíkan leting til mann, ið soleiðis forsømir hús og heim og letur konu og børn liva við neyðarlívi?

Hermann.
Heindrikur! gev henni so eitt glas av brennivíni, tí hon hevur sagt ov nógv.

Geska.
Heindrikur! gev hasum búrkroppinum, manni mínum, ein undir vangan.

Heindrikur.
Tað mugu tygum gera sjálv, eg sigi meg undan slíkum ørindi.

Geska.
So tori eg gera tað sjálv (Hon gevur honum ein undir vangan).

Hermann.
1, 2, 3, 4, 5 (upp í 20. Hann letur, eins og vil hann sláa aftur, men fer av nýggjum at telja upp í 20). Hevði eg ikki verið politicus, skuldi tú fingið eina ólukku.

Gert loðskinnaskraddari.
Um ikki tygum vilja tykta konu tygara, so skal eg.   Mars, út, út!

(Hon deilir uttanfyri).

 

Scen. 3.

Collegium politicum.

Gert loðskinnaskraddari.
Eg skal læra hana at vera heima eina aðra ferð. Tað gangi eg við, at er tað politiskt at lata seg draga eftir hárinum av konu sínari, so verði eg aldri politicus.

Hermann.
Oy, oy, qui nescit simulare, nescit regnare; tað er lættliga sagt, men ikki lættliga hildið. Eg gangi við, at tað vóru reiðiligar neisur, kona mín vann mær, eg hugsi, eg renni aftan á hana og banki hana úti í túni. Tó 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10 ,11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18, 19, 20. Nú er sloppið, latum okkum tala um aðrar sakir.

Frantz.
Konufólk hevur nógv ov nógv at siga her í Hamborg.

Gert.
Ja, satt er tað; eg havi ofta hugsað um at gera eitt uppskot um tað, Men tað er hættisligt at gera seg til óvins við tey. Uppskotinum bilar annars einki.

Hermann.  
Hvussuleiðis er tað uppskotið?

Gert.
Tað er í fáum greinum. 1. vildi eg, at giftunarsáttmáli skuldi ikki verið ævinligur, men gerast fyri vist áramál,   so tá ið manninum ikki líktist á konuna, kundi hann gjørt nýggjan sáttmála við eina aðra, men skuldi verið skyldugur eins og við húsaleigu at siga henni til eitt fjerðingár undan fardegi, ið skuldi verið um páskir ella mikkjalsmessuleitið; um honum líktist væl á hana, kundi sáttmálin verið endurnýggjaður. Trúgvið mær, um ein slík lóg varð ásett, har skuldi ikki verið ein ónd kona í Hamborg, men allar vildu roynt tað besta, tær kundu, fyri at gera sær dælt við menn sínar fyri at fáa sáttmálan endurnýggjaðan. Hava tit góðu menn nakað at mæla ímóti hesi grein? Frantz, tú smílkast so skálkisliga, tú manst hava okkurt at mæla ímóti tí, lat okkum hoyra.

Frantz.
Men kundi tað nú ikki summatíðir verið tað besta fyri eina konu, um hon varð skild frá manninum, annaðhvørt hann nú var óndur við hana, ella hann var ein letingi, ið eina át og drakk og einki tímdi arbeiða fyri konu og børn? Ella hon kundi fingið hug á ein annan og gjørt manninum tað so trupult, at hann tvørtur ímóti síni ætlan læt hana fara. Eg haldi, at nógv stríð kann koma av slíkum, har eru jú nóg mikið av ráðum fyri tí at tykta eina konu. Um hvør maður, tá ið hann fekk undir vangan, eins og tygum, meistar Hermann, vildi farið og talt upp í tjúgu, fingu vit nakrar vakrar konur. Eg haldi ivaleyst, at tá ið ein kona er ill í sær, er tað, ið roynist best, at maðurin hóttar hana við at liggja einsamalla og ikki fara í song við henni, fyrr enn hon batnar.

Gert loðskinnaskraddari.  
Tað hevði eg ikki verið mentur. Mangur maður er líka lítið mentur at halda sær, hvat tí viðvíkur sum konan.

Frantz.
So kann jú maðurin ganga uttan um vegir.

Gert.
So kann jú eisini konan ganga uttan um vegir.

Frantz.
Íðan, Gert! lat okkum hoyra hinar greinirnar.

Gert.
Ja, tað hevði dámað tær. Tú hevur kanska hug til at skemta meira; einki er so gott, at ikki onkur hevur nakað at finnast at tí.

Hermann.
Latum okkum nú tala um onnur mál. Um onkur hoyrdi okkum tala, vildi hann hugsað, at vit hildu consistorium ella tamparrætt11 . Í nátt, tá eg lá í andvekri, hugsaði eg um, hvussu best kundi skipast fyri stýrinum í Hamborg, so summar ættir, har fólk nú á døgum so gott sum verður borið til borgarmeistarar og ráðharrar, kunnu verða útistongd frá hinum hægsta yvirvaldi, og eitt fullkomið frælsi verða innført. Eg hugsaði, at vit skuldu skiftandi taka borgarmeistararnar, so úr einum handverki, so úr einum øðrum, so fingu allar borgargreinir part í stýrinum, og øll handverk komu at standa í besta blóma; tí tá ið nú til dømis ein gullsmiður varð borgarmeistari, so gjørdi hann væl fyri gullsmiðirnar, ein skraddari fyri skraddararnar, ein kannustoypari fyri kannustoypararnar, og eingin skuldi verið borgarmeistari longur enn ein mánað, fyri at einki handverk skuldi eiga betri kor enn nakað annað. Tá ið stýrinum varð soleiðis skipað fyri, kundu vit av rættum kallast eitt frítt fólk.

Tutti12.
Hatta uppskotið er frálíkt. Meistar Hermann! tygum tala eins og Sálamon!

Frantz knívsmiður.
Hatta uppskotið er so gott sum nakað, men - - -   

Gert.
Tú kemur altíð við tínum men , eg hugsi, at antin faðir tín ella móðir tín hevur verið mennistur13.

Hermann.
Lat hann nú siga sína meining. Hvat vilt tú siga? Hvat sipar tú til við hasum men?

Frantz.
Eg haldi, mundi tað ikki summatíðir vilja verið ringt at fingið ein góðan borgarmeistara úr hvørjum handverki? Meistar Hermann er góður fyri seg, tí hann er væl lærdur, men tá ið hann er farin, hvar finna vit so millum kannustoypararnar ein annan, ið dugir til slíkt starv, tí tá ið republikkin er komin á húsagang, er tað ikki so lætt at stoypa hana um aftur í eitt annað skil, sum at stoypa ein borðisk ella eina kannu um, tá ið tey eru forfarin.

Gert.
Ah! pakketell! vit finna nóg mikið av dugandi monnum eisini millum handverkarar.

Hermann.
Hoyr Frantz! Tú ert enn ungur í gøtuni og kann tí enn ikki vera so grannsíggin í einari søk sum vit aðrir, tó eg haldi meg duga á at skyna, at tú hevur eitt gott næmi, og sum tíðin líður, kann okkurt verða burtur úr tær. Eg vil bert í stuttum vísa tær á, at henda tín instantz14 hevur einki upp á seg, einans av okkum, ið her eru. Vit eru í hesum felagi fleiri enn tólv mans, allir handverkarar; hvør okkara kann jú síggja tær hundrað ferðir, hvussu býttliga ráðið skipar fyri mongum. Hugsa tær nú, at onkur av okkum varð borgarmeistari og bøtti aftur um hetta býttliga, vit so ofta hava talað um, og sum ráðið ikki dugir at síggja, man Hamborgar staður vildi mist nakað við einum slíkum borgarmeistara? Um tit góðu menn eru sinnaðir til tess, so vil eg lata hatta uppskotið inn.

Tutti.  
Ja, ja.

Hermann.
Men nú er nóg mikið um hatta. Tíðin rennur, og vit hava ikki lisið avísurnar enn. Heindrikur! fá okkum tær seinastu avísur.

Heindrikur.  
Her eru tær seinastu avísur.

Hermann.
Fá Richarti bustabindara tær, hann er vanur at lesa.

Richart.
Teir skriva frá høvuðsherbúðunum við Rínánna, at teimum vantar rekrutar.

Hermann.
Aisj, tað hava teir skrivað tólv ferðir upp í saman. Loyp um Rínánna. Eg kann verða so argur, tá eg hoyri um hatta. Hvat skriva teir úr Italiu?

Richart.
Úr Italiu skrivast, at Printz Eugenius15 er farin til gongu við øllum sínum monnum, er sloppin yvir um ánna Padus16  og er farin fram um øll virki fyri at koma óvardur á fíggindaliðið, sum tessvegna í størstu skund er retirerað fýra míl aftureftir. Duc de Vendosme17  oyddi og brendi allastaðni í sínum egna landi á retiraduni18 .

Hermann.
Ok, ok, hansara durchleuchtigheit er vorðin forblindaður, vit eru komnir á svaðasvørð; eg vil ikki geva 4 sk. fyri alt herliðið í Italiu.

Gert loðskinnaskraddari.
Eg haldi nú, at prinsurin gjørdi beint, tí hatta hevur altið verið mítt uppskot. Segði eg tað ikki hin dagin, Frantz knívssmiður, at so átti at verða gjørt?

Frantz.  
Nei, ikki kann eg minnast tað.

Gert.
Jú, so pínadoyð havi eg sagt tað 100 ferðir, tí hví skal herliðið liggja og lorkast? Prinsurin hevur so sanniliga gjørt beint. Tað tori eg forsvara, móti hvørjum tað skal vera.

Hermann.
Heindrikur, gev mær eitt glas av brennivíni. Eg tori svørja uppá, at tað sortnaði mær fyri eygum, tá eg frætti hasi tíðindi. Tygara skál, mussiørs.   Nú, tað gangi eg við, tað rópi eg ein býttleika so tað munar at fara fram um virki.

Sívar posakagari.
Eg hevði so sanniliga gjørt tað sama, um herliðið var givið mær upp í hendi.

Frantz knívsmiður.
Ja, bíða tú, til teir fara at gera posakagarar til generalar.

Sívar.
Tær nýtist ikki at spotta, eg kundi verið eins góður og onkur annar.

Gert.
Harí hevur so sanniliga Sívar rætt, at prinsurin hevur gjørt væl í at herja beinleiðis á fíggindan.

Hermann.
Nú, mín góði Gert! Tygum eru nakað væl sjálvklókur, tygum fara at læra eitt sindur enn.

Gert.
Tá skal eg ikki læra tað av Frantz knívsmiði.

(Teir koma rættiliga upp at deilast og tala allir í senn, reisast av stólunum, hótta og halda gang.)

Hermann (nevar í borðið og rópar).
Kúrrir, kúrrir, allir menn! Latum okkum ikki tala meira um hatta, hvør kann hava sína meining. Halda tit kanska, at tað var, tí hann var ræddur, at Duc de Vendosme hevur retirerað seg og sett eld á landið? Nei, hasin maður hevur lisið Aleksandurs Magnusar krøniku, tí soleiðis gjørdi hann, tá ið Darius elti hann, og á tann hátt vann hann ein sigur, eins stóran og tann ið vit vunnu við Hochstedt19 .

Heindrikur.
Nú sló hon tólv á postmeistarans verki.

Hermann.  
So mega vit fara.

(Meðan teir fara, trætast teir og deilast um hitt sama sum fyrr).

 

Orðafrágreiðingar til 2. part:

1. residentsstað = staður, har keisarin býr
2. galleiir = krígsskip, ið ikki nýtir segl men verður róð
3. krígssteuer og rømermonathen = tvinnir krígsskattir
4. Canaillian = sjógvurin millum Ongland og Frankaríki
5. Bordeus = forbronglað av Bordeaux (útt. Bordo)
6. ergo = altso (latín)
7. Danckwarts = vóru bílig men ring landkort
8. qui nescit simulare, nescit regnare = hann, ið ikki dugir at snúgva sær, dugir ikki at stýra
9. Der politische Stockfisch = ein týsk kærleiksroman, harí hetta ongastaðni stendur
10. subaltern = undirmaður
11. consistorium ella tamparrætt = Í hjúnaósemju varð dømt ímillum av tí sokallaða tamparrætti, ið var hildin fýra ferðir í hvørjum ári. Á Sælandi varð dømt av Consistorium, eitt ráð samansett av professarum við hin lærda háskúlan (universitetið)
12  tutti = allir
13 mennistur = hann meinar: mennonistur, ein sekt, ið varð stovnað av týskaranum Menno
14 instantz = skeivt nýtt fyri atfinning
15 Eugenius = R. lesur øigenius, skal av røttum verða skrivað Eugen (útt. Øsjen)
16 Padus = latínskt navn fyri ánna Po í Italia
17 Duc de Vendosme = R. lesur tað, sum tað skrivast. Skal annars verða úttalað dúkk dø Vangdom
18 á retiraduni = hann meinar: á vegnum aftureftir
19 Hochstedt = býur við ánna Donau har í 1704 teir sameintu týsku, ensku, hálendsku og donsku herlið vunnu ein stóran sigur av teimum fronsku og bayersku herliðum

 

To top

Triði partur

ACTUS III.

Scen. 1.

Ábrahams. Sanderus. Kristoffir. Jokum.

Ábrahams.
Nú skal eg siga tygum frá einari søgu, ið fer at stuttleika øllum býnum. Vita tygum, hvat eg havi ráðlagt við einar tríggjar, fýra múgvandi menn her í staðnum?

Sanderus.  
Nei, ikki veit eg.

Ábrahams.
Kenna tygum ikki Hermann von Bremen?

Sanderus.
Er tað ikki kannustoyparin, ið er so stórur politicus og býr í hesum húsi?

Ábrahams.
Tað er júst hann. Eg var fyri kortum saman við nøkrum úr ráðnum, ið vóru ógvuliga uppøstir inn á henda sama mann, tessvegna at hann talaði so nasadjarvur á vertshúsi móti býarstýrinum og broytti alt. Teir somu menn hildu tað vera gagnligt at senda út njósnarar fyri at kunna vitna upp á hansara munn, so at hann kundi verða dømdur í sekt, øðrum til dømis.

Sanderus.
Tað var at ynskja, at slíkir stavnar einaferð kundu verða dømdir, tí teir sita og drekka teirra øl og finnast at kongum og fúrstum, yvirvaldi og generalum, so tað er ræðuligt at hoyra. Tað er eisini ikki uttan vanda, tí hitt almenna fólkið hevur ikki tað skil, at tað kann hugsa sær, hvussu órímiligt tað er, at ein kannustoypari, ein hattamakari ella bustabindari kann tala við minsta skili um slík mál og síggja tað, sum eitt heilt ráð ikki kann síggja.

Ábrahams.
Satt er tað; tí hin sami kannustoypari kann broyta alt hitt rómerska ríkið1, meðan hann stoypir ein borðisk , og latast bæði landastoypari og kannustoypari í senn. Men einki hugaði mær henda teirra ætlan; tí at døma ein slíkan mann í sekt ella seta hann fastan elur einans ófrið millum hitt almenna fólkið og ger ein slíkan býttling meira virdan. Mín ætlan var tí heldur at vinna honum slíkar neisur, ið vildu muna betur.

Sanderus. 
Hvat skuldi tað so verið?

Ábrahams.  
At beina menn til hansara, ið søgdu seg at vera sendir av ráðnum fyri at heiðra hann við einum borgarmeistaraembæti, og so við tað sama geva honum nakrar fløktar sakir at greiða; so skulu tygum síggja, hvussu neyðstaddur hann verður, og hann fær sjálvur at vita, hvussu stórur munur tað er ímillum at finnast at einum starvi og sjálvur at skula skipa fyri tí.

Sanderus. 
Men hvat vil so harav fylgja?

Ábrahams.  
Harav  fer   at  fylgja, at  hann antin í sínari neyð rýmir úr býnum  ella  eyðmjúkur  fer at biðja um at verða avsettur og viðgangur sín ódugnaskap.   Eg eri einans tí komin til monsr.*  Sanderus fyri at biðja tygum vera mær til hjálpar við at seta hesa machine2 á gongd, tessvegna eg veit, at tygum eru makaleysur til slíkt.

Sanderus.
Hatta dámar mær væl. Vit vilja sjálvir lata, eins og vit eru slíkir sendimenn, og fara beinleiðis til hansara.

Ábrahams.
Ja, her eru hús hansara. Jokum (ella Kristoffir), banka uppá og sig, at her eru tveir ráðharrar úti, ið vilja tala við Hermann von Bremen.

Teir banka uppá.

 

 

Scen. 2.

Hermann. Ábrahams. Sanderus. Jokum. Kristoffir.

Hermann.  
Hvønn vilja tygum tala við?

Jokum.
Her eru tveir ráðharrar, ið vilja hava tann heiður at vitja tygum.

Hermann.
Dýradoyð, hvat man tað vera? Eg eri so útfordálkaður sum eitt svín.

Ábrahams.
Eyðmjúkasti tænari, háborni harra borgarmeistari! Vit eru higar sendir av ráðnum fyri at gratulera tygum við borgarmeistaraembæti her í býnum; tí ráðið hevur hugsað meira um tygara dugnaskap enn um tygara vinnuveg og vilkor og valt tygum til borgarmeistara.

Sanderus.
Ráðið helt tað lítið søma seg, at ein so vitur maður skuldi fáast við slíkt fátæksligt starv og grava sítt stóra pund niður í mold.

Hermann.
Ihr herren collegæ3 ! Berið mína heilsu og tøkk til hitt lógliga ráð og sigið teimum frá mínari vælvild. Tað hugar mær, at hetta er runnið teimum í huga, einans fyri landsins sakir, ikki fyri meg sjálvan; tí hevði eg lagt í stórleika, hevði eg kanska langt síðani verið: okkurt.

Ábrahams.
Háborni hr. borgarmeistari! Ráðið og borgararnir kunnu ikki vænta annað enn landsins framburð undir einum so hávísum yvirvaldi.

Sanderus.
Og tessvegna hevur tað vrakað so mangar aðrar múgvandi og ættstórar menn, ið hava søkt um hin høga magistrát4.

Hermann.
Ja, ja, eg vóni, teir heldur ikki skulu angra hetta val.

Ábrahams og Sanderus.
Vit geva okkum so allir undir harra borgarmeistarans vælvild.

Hermann.
Tað skal vera mær ein fragd onkuntíð at vera tykkum til hjálpar. Fyrigevið mær, at eg ikki fylgi tykkum longur.

Sanderus.
Nei, tað sømir seg ikki fyri harra borgarmeistaranum at koma longur.

Hermann (rópar annan tænaran).
Hoyr, góði vinur, har hava tygum til eitt krúss av øli.

Tænarin.
Tað er nógv ov mikið, tygara hátign!

 

Scen. 3.

Hermann.   Geska.

Hermann.  
Geska! Geska!

Geska (innanfyri). 
Eg nái ikki.

Hermann.
Kom uttar, eg havi nakað at siga tær, sum tú aldri á ævini hevur droymt um.

Geska.  
Nú, hvat sakar so, meðni?

Hermann.  
Hevur tú nakað kaffi við hús?

Geska.  
Sum hatta tvætlar!  Nær drakk eg kaffi seinast?

Hermann.
So kemur tú at drekka tað her eftir til dags; áðrenn ein hálvur tími er gingin, koma allar ráðharrafrúurnar at vitja teg.

Geska.  
Eg hugsi, hasin maðurin droymir.

Hermann.  
Ja, eg droymi soleiðis, at eg havi droymt eitt borgarmeistaraembæti inn á okkum.

Geska.
Hoyr, góði tú, ger meg ikki illa uppaftur, tú veitst, hvussu tað gekst tær seinast.

Hermann.  
Sást tú ikki tveir harrar, ið gingu her framvið við teirra tænarum?

Geska.  
Jú, eg sá teir.

Hermann.  
Teir vóru her inni og lótu meg vita frá ráðnum, at eg eri vorðin borgarmeistari.

Geska.  
Tú ert devulin!

Hermann.
Ger nú so væl, kæra kona, at tú roynir at vera meira siðað og fín í orð og talu og at eingi av hesum gomlu kannustoyparabrøgdum sløðast eftir á tær.

Geska.  
Nei, er tað satt, góði maður mín?

Hermann.
Tað er so satt, sum eg standi her. Beint nú hava vit húsið fult av gratulatiónum, av skyldugastu tænarum og tænarinnum, av jeme-recommanum5 og baselemanum6.

Geska (á knæ).
Nei, góði maður mín, fyrigev mær, um eg havi gjørt tær okkurt ímóti onkuntíð.

Hermann.
Alt fyrigivið; royn tú bert at vera nakað fínari hereftir, so skal alt vera væl okkara millum. Men hvaðani skulu vit í skundi fáa ein tænara?

Geska.
Vit koma at tveita nøkur av tygara klæðum á Heindrik, til tess vit kunnu fáa keypt eitt liberí7. Men hoyrið, góði, tá ið tygum nú eru vorðin borgarmeistari, so vil eg biðja tygum um, at Gert loðskinnaskræddari má fáa bót fyri ta skomm, kann gjørdi mær í dag.

Hermann.
Nú, góða kona mín! borgarmeistarans frú má ikki hugsa um at hevna tann órætt, ið hevur verið kannustoyparans konu fyri. Lat okkum fáa Heindrik her inn.

 

Scen. 4.

Geska. Hermann. Heindrikur.

Geska.  
Heindrikur.

Heindrikur.  
Ha.

Geska.
Heindrikur! tú mást ikki svara so hereftir; veitst tú ikki, hvat ið okkum er borist fyri?

Heindrikur.  
Nei, ikki veit eg.

Geska.  
Maður mín er vorðin borgarmeistari.

Heindrikur. 
Hvar?

Geska.
Hvar? í Hamborg!

Heindrikur.
Hann er dekan heldur; tað var eitt fjandans lop av einum kannustoypara.

Hermann.
Heindrikur! tala við meiri skili; tú skalt vita, at tú nú ert lakaiur8 hjá einum múgvandi manni.

Heindrikur.
Lakaiur! So avanceri eg ikki fult so nógv.

Hermann.
Væl skalt tú avancera. Tú kanst um eina tíð verða reutendienari9. Tig nú bert. Tú fert í nakrar dagar at latast lakai, til eg kann fáa ein tænara. Hann fer at fáa mína morreyðu sjóstúku, góðasta, til vit kunnu fáa liberíið liðugt.

Geska.
Men eg stúri fyri, hon verður nógv ov síð.

Hermann.
Ja, væl er hon ov síð, men tú fert bráðfeingis at hjálpa tær, sum tú kanst best.

Heindrikur.
Áh, harra Jeh! Hon røkkur mær niður um øklar. Eg fari at síggja út eins og ein gýðingaprestur.

Hermann. 
Hoyr, Heindrikur.

Heindrikur. 
Ja, meistarin!

Hermann.
Óreinsettur! kom ikki til mín við slíkari tiltalu meira; hereftir skalt tú, tá ið eg rópi teg, svara: harri! og tá ið onkur kemur at spyrja eftir mær, skalt tú siga: borgarmeistari von Bremenfeld er inni.

Heindrikur.
Skal eg svara so, annaðhvørt harrin er inni ella ikki?

Hermann.
Sum hann tvætlar! tá ið eg ikki eri inni, skalt tú svara: harri borgarmeistari von Bremenfeld er ikki inni; og tá ið eg ikki vil vera inni, skalt tú svara: borgarmeistarin tekur ikki ímóti í dag. Hoyr góðasta! Tú mást nú í stundini kóka nakað kaffi, tú mást hava okkurt at bjóða ráðharrafrúunum, tá ið tær koma; tí tá fyrst verða vit væl umtókt, tá ið fólk kann siga: borgarmeistari von Bremenfeld gevur góð ráð og frú hansara gott kaffi. Eg stúri so fyri, góðasta, at tygum fara at gera skeivt í onkrum, áðrenn tygum verða von við tey kor, tygum eru komin í. Heindrikur! far uttar eftir einum teborði og nøkrum koppapørum og lat arbeiðiskonuna fara eftir fyri 4 sk. í kaffi; vit kunnu síðani altíð keypa meira. Og so, góðasta, mega tygum ansa væl eftir fyri fyrst ikki at tala ov nógv, áðrenn tygum hava lært at bera fram fína talu. Tygum skulu heldur ikki vera ov eyðmjúk, men krevja ta virðing, ið tygum tilkemur, og fram um alt royna at tveita hitt gamla kannustoyparasjaggið burtur og trúgva, at tygum hava verið borgarmeistarafrú í mong ár. Fyrrapartin skal her vera borðreitt við te til fólk, ið kemur at vitja, seinrapartin við kaffi, og síðani verður spælt kort. Har er eitt spæl, ið eitur Allumber10, eg vildi givið 100 ríkisdálar fyri at tygum og dóttir okkara, frúgvin Engelka, dugdu tað. Tygum mega tessvegna leggja væl til merkis, tá ið tygum síggja onnur spæla, so tygum kunnu læra tað. Á morgni skulu tygum liggja, til hon er níggju ella hálvgingin tíggju, tí tað er einans olmussufólk, ið á sumri rísa við sólini; um sunnudagarnar mega tygum kortini rísa nakað fyrr, tessvegna at eg teir dagarnar ætli at medicinera. Eina vakra snúsdós mega tygum fáa tygum, sum tygum skulu lata liggja á borðinum hjá tygum, tá ið tygum spæla kort. Tá ið onkur drekkur tygum til, skulu tygum ikki siga takk, men tres humble serviteur11. Og tá ið tygum geispa, skulu tygum ikki halda fyri munnin, tí tað er ikki longur siður millum múgvandi fólk; endiliga, tá ið tygum eru saman við fólki, skulu tygum ikki vera ov blúgv, men tala um bæði eitt og annað…     

Hoyrið, eg gloymdi nakað, tygum skulu eisini fáa tygum ein onkarhund, sum tygum skulu vera so góð við sum við tygara egnu dóttur; tí tað er eisini fínt.   Grannakona okkara, Arianka, hevur ein vakran hund, ið hon væl kundi lænt tygum, til vit kunnu fáa ein sjálv. Hundinum skulu tygum geva eitt franskt navn, og tað skal eg siga tygum, tá ið eg fái stundir til at hugsa um tað. Hann skal í heilum liggja á fangi tygara, og tygum mega kyssa hann minst einar tíggju ferðir, tá ið her eru gestir.

Geska.  
Nei, góðasti maður, tað kann eg ómøguliga gera, tí eingin kann vita, hvar ein hundur hevur ligið og dálkað seg. Ein kann jú fáa munnin fullan annaðhvørt av runu ella loppum.

Hermann.
Nú, einki tvætl! Vilja tygum vera frú, mega tygum eisini hava frúulótir. Ein slíkur hundur kann eisini geva tygum okkurt at tala um, tí tá ið tygum einki hava at bera upp á mál, kunnu tygum siga frá hundi tygara og hansara dugna og dygdum. Gerið nú, sum eg sigi, góðasta! Eg havi meiri skil á hini fínu verð enn tygum. Speglið tygum einans í mær. Tygum skulu síggja, at har skal ikki vera tað ringasta av gomlum leivdum eftir hjá mær. Tað skal ikki gangast mær, eins og tað gekk einum tilskilaðum slaktara, ið varð ráðmaður, og sum, tá ið hann hevði skrivað eina blaðsíðu fulla og skuldi venda blaðnum, tók pennin í munnin, eins og hann var vanur at gera við slaktaraknívin. Farið nú tit onnur inn og gerið alt til, eg havi nakað at tala við Heindrik einsamallan.

 

Scen. 5.

Hermann.   Heindrikur.

Hermann.
Heindrikur, hoyr eitt sindur.

Heindrikur.  
Harri borgarmeistari!

Hermann.
Heldur tú ikki, eg fái mangar øvundarmenn vegna hesa hækkan?

Heindrikur.
Á, hvat vil harrin leggja í øvundarmenn! Gævi tey bert høvdu gjørt meg til borgarmeistara á slíkan hátt, eg skuldi givið øvundarmonnum mínum deyðan og djevulin.

Hermann.
Tað einasta, eg stúri eitt sindur fyri, eru nakrar smáar ceremoniir12, tí verøldin verður stýrd av pedantarí, og fólk ansar meira eftir smáputli enn eftir tí, sum umræður. Var eg einans sloppin undan hinum fyrsta degi, tá eg skal stíga fram í ráðhúsinum, hevði eg verið væl hýrdur, tí hvat ið munagóðum arbeiði viðvíkur, er tað eins og smurt breyð fyri mær. Men eg má hugsa um, hvussu eg fyrstu ferð skal heilsa mínum collegusum13, so eg ikki komi at gera móti teim vanligu ceremonium.

Heindrikur.
Einki sakar, harri borgarmeistari! eingin rættur maður bindur seg til tilskilaðar ceremoniir. Um tað var eg, ið skuldi stigið so fram, hevði eg ikki gjørt annað enn givið ráðharrunum hond mína at kyssa, og so hevði eg rukkað mær ennið tað besta eg dugdi, at teir kundu fáa at vita, hvat eg hevði í viðføri, og at eg tigandi læt teir skilja, at ein borgarmeistari er eingin dunnungi ella pannukøka.

Hermann
Men hugsa um, her skal eisini vera hildin ein oratión14 á ráðhúsinum hin fyrsta dagin, eg verði introduceraður15. Eg kann nú altíð halda eina oratión so væl sum nakar her í býnum; tí eg hevði torað at farið undir at prædika í morgin, um so skuldi verið. Men tessvegna eg aldri áður havi verið hjástaddur undir slíkari act16, so veit eg ikki reiðiliga, hvørjar formulárar teir eru vanir at nýta.

Heindrikur.
Íðan, harri! eingin uttan skúlalærarar binda seg til formulárar. Um tað var eg, ið var borgarmeistari, hevði eg ikki annað enn stutt og greitt sagt teimum okkurt sum til dømis: Tað tykist væl eitt sindur løgið, góðu og vælvísu harrar ráðmenn, at síggja ein ringan kannustoypara í skundi umstoyptan til borgarmeistara.              

Hermann.  
Fý, fý, hatta var ein ljót byrjan.

Heindrikur.
Nei, soleiðis skuldi ikki verið byrjað. Eg vildi tikið undir talu mína soleiðis: Eg takki tykkum, góðu og vælvísu harrum, fyri tann heiður, tit hava gjørt einum ringum kannustoypara sum mær við at gera hann til borgarmeistara.

Hermann.  
Altíð kemur tú við tínum bannsetta kannustoypara. Tað er ósømuligt at tala um slíkt í ráðhúsinum, har eg má látast, eins og var eg føddur borgarmeistari. Skuldi eg farið og hildið slíka talu, vildi eg einans verðið vanvirdur og fingið tátt. Nei, nei! Heindrikur! tú hevði eingin talari verið. Ein skálkur skal siga mær upp á bakið, at eg nakrantíð havi verið kannustoypari. Eg havi bert uppímillum stuttleikað mær við at stoypa, tá ið eg havi verið leiddur av at studera.

Heindrikur.
Hann skal eisini vera skálkur, ið kann siga mær upp á bakið, at eg nakrantíð havi verið kannustoyparadrongur.

Hermann.
Hví vilt tú so, at eg skal bera fram slíka talu?

Heindrikur.
Verið eitt sindur tolin; harrin er nógv ov bráður. Eg vildi eisini sagt teimum á sámiligan hátt, at um onkur mocqeraði seg17 um tað, at eg nýliga hevði verið kannustoypari, so skuldu teir fáa eina ólukku. Og um eg merkti minsta spottandi yvirbragd hjá onkrum, vildi eg sagt: góðu og vælvísu harrar! hugsa tit tápulingar kanska, at tit hava gjørt meg til borgarmeistara fyri at spotta meg? og so vildi eg neva í borðið, meðan eg talaði, so teir kundu vita av mínum inngangsorðum, at eg ikki var at skemta við, og at teir høvdu fingið ein borgarmeistara, ið var væl mentur fyri seg. Tí letur harra borgarmeistarin seg kúga í fyrstani, vil ráðið altíð virða lítið um tygum.

Hermann.
Tú talar sum eitt ótýggi; eg kann altíð koma uppá, hvørja talu eg skal bera fram. Lat okkum fara innar.

 

Orðafrágreiðingar til 3. part:

1. týsk-rómverska ríkið = Týskaland
* monsieur (útt. Monsjø) = harra
2 stuttleiki, komedia. Skal verða úttalað masjin
3 collegæ = felagar, embætisbrøður
4 magistrát = embæti
5 franskt: je me recommand = eg gevi meg undir tygara vælvild
6 av fronskum: baiser les mains = at kyssa á hondina
7 liberi = tænaraklæði
8 lakaiur = tænari
9 reutendienari = ráðstovutænari (teir vóru millum annað fangavaktarar)
10 Allumber = L'hombre.
11 tres  humble serviteur = eyðmjúkasti tænari.
12 ceremoniir = ytri atburður, t.e. hvussu hann skal bera seg at
13 collegusum = skeivt fleirtal av collega, t.v.s. felagi
14 oratión = tala.
15 introduceraður = innførdur, fyrsta dagin, hann skal stíga fram har.
16 act = fyrihavan, handling.
17  mocqeraði seg = spottaði.

 

 

To top

Fjórði partur

ACTUS IV.

Scen. 1.

Heindrikureinsamallur. Hevur snórar á báðum ermum á sjóstúku sínari, ið røkkur honum niður um øklar og er randað við hvítum pappíri.

Heindrikur.
Tú mást rópa meg, hvat tú vilt, um eg dugi at fata, hvat teir hava hugsað í ráðnum, tá teir gjørdu húsbóndan til borgarmeistara, tí eg dugi ikki at síggja nakað samanhang millum ein kannustoypara og slíkan høgan embætismann, uttan tað kanska kann vera tað, at eins og ein kannustoypari tveitir gamlar borðiskar og gomul føt í ein form og stoypir tey um til nýggj íløt, soleiðis kann eisini ein góður borgarmeistari við góðum lógum stoypa republikina um aftur, tá ið hon kemur í órøkt. Men hasir góðu menn hava ikki hugsað um, at húsbóndin var hin vánaligasti kannustoypari í Hamborg, og tessvegna, um teir annars hava valt hann upp á tað funderilsi, eisini fer at verða hin ringasti borgarmeistari, vit hava havt. Tað einasta góða, ið verður av hesum vali, er tað, at eg so verði reutendienari, tí tað er eitt starv, sum eg havi bæði gávur og hug til, tí frá barnaárum hevur tað verið mær ein stuttleiki at síggja fólk verða leidd í skansan. Eisini er tað ein góður vinnuvegur fyri ein, ið dugir at snúgva sær eitt sindur; tí fyrst og fremst má eg látast, eins og eg havi eitt stórt orð at siga hjá borgarmeistaranum, og tá ið hasi trúarorð verða sligin føst hjá fólki, vinnur Heindrikur tessvegna í tað minsta 100 dálar ella 200 um árið, sum eg vil taka við, ikki av gírigheit, men einans fyri at vísa, at eg havi skil upp á mítt embæti og reutendienarí. Um onkur vil tala við borgarmeistaran, sigi eg: hann er ikki inni. Siga tey, at tey sóu hann fyri vindeyganum, svari eg, at tað sigur einki, hann er ikki heima kortini. Fólk í Hamborg vita beinanvegin, hvat sovorðið svar vil siga: Tey flýggja Heindriki ein dála upp í nevan, og í stundini kemur harrin heim; livir hann ikki reiðuliga væl, verður hann beinanvegin frískur, eru gestir hjá honum, fara teir í stundini, liggur hann, er hann frammi, áðrenn tú veitst av. Eg práti ofta við fínar lakaiir, eg skuldi væl vitað, hvussu alt gongur fyri seg í slíkum húsum. Í gomlum døgum, tá fólk vóru býtt sum ross og asnar, tá róptu tey sovorðið nefas1, men nú eitur tað framíhjá, drekkjupeningur ella óvissar inntøkur. Men hygg, har kemur Anneka, hon man enn einki vita um hesa broytan, tí hon hevur slík ræðulig kannustoypara hábrøgd og gongulag enn.

 

Scen. 2.

Anneka.   Heindrikur.

Anneka.
Ha ha ha! Nei, sum hatta skepilsið sær út; hatta man vera ein adriána, hann hevur drigið upp á seg.

Heindrikur.
Hoyr, tín kannustoypara carronia2, hevur tú ikki sæð eitt liberi ella ein lakei fyrr? Hatta ringa slagið er pínadoyð eins og kríatúr, tey standa og gána eins og neyt, tá ið tey onkun dagin síggja ein í øðrum klæðum, enn hann er vanur at ganga í.

Anneka.
Nei, eitt er skemt og annað álvara: veitst tú ikki, at eg havi lært at spáa í dag? Her var ein gomul kona í dag, ið hyggur fólki í hendurnar, henni gav eg eina breyðflís, og so lærdi hon meg tann kunstin at síggja í hondunum á fólki, hvat ið teimum skal berast fyri. Lat meg síggja hendur tínar, so skal eg í stundini siga tær lagnu tína.

Heindrikur.
Ja, ja, Anneka! Heindrikur er ikki so býttur, sum tú heldur. Eg havi snevilin av tí. Tú hevur fingið frænir av teirri hækkan, ið mær er lovað í dag.

Anneka. 
Nei, so sanniliga veit eg av ongum.

Heindrikur.
Nei hygg, so væl hon dugir. Jú, so væl hevur tú frætt tað! og tí kanst tú saktans spáa. Nei, Heindrikur hevur gamalt bein í enni, hann er ikki so lættur at lumpa.

Anneka.  
Eg kann gera ta dýrastu eið uppá, at eg ikki havi hoyrt tað ringasta av hasum, tú talar um.

Heindrikur.
Hevur tú ikki talað við borgarmeistarafrúnna nýliga?              

Anneka.
Eg hugsi, hasin drongur er ørur, kenni eg borgarmeistarafrúnna?              

Heindrikur.
So hevur frøkunin sagt tær tað meðni.                   

Anneka.
Hví skalt tú nú tvætla so, Heindrikur?                   

Heindrikur.
Hygg, Anneka, har hevur tú hond mína, spáa nú alt tað, tær lystir. Eg skilji so væl, at tú hevur fingið frænir av, hvussu vorðið er, tó at tú letist so óvitandi. Men tað kann einki skaða, at tú letist so hulig, alt okkara húski eigur at vera so hereftir. Nú, hvat sært tú so í hondini?

Anneka.
Eg síggi, Heindrikur, at húsbóndans homluband, ið hongur aftur undir hurðabaki, fer at dansa ein lystugan galiath3 á baki tínum. Líkist tað av nøkrum at ganga soleiðis og meiggja seg út, tá so nógv arbeiði er at gera her í húsi, og spilla húsbóndans sjóstúku soleiðis?

Heindrikur.
Hoyr, Anneka! Eg kann spáa uttan at kaga í hendurnar. Eg spái tær, at tú ert ein carnaillia, og at tú fyri tín ringa munn fær ein undir vangan ella tveir, sum tað fer at bera til. Hygg, her hevur tú spádómin útgingnan. (Gevur henni undir vangan.)

Anneka.
Au, au, au. Hetta skal vera tær dýr sløg.

Heindrikur.  
Lær so eina aðra ferð at hava virðing fyri einum lakaii hjá einum høgum harra.   

 

Anneka.  
Bíða tú, nú kemur matmóðirin við tað sama.

Heindrikur.
Fyri borgarmeistarans fremsta tænara.

Anneka. 
Hon fer at hevna tað upp á bak títt.

Heindrikur. 
Fyri einum reutendienara …              

Anneka.
Ja, ja, eg sigi eina ferð enn, hatta skulu vera tær dýr sløg.

Heindrikur.
Fyri einum manni, sum hevur nógva áhoyrslu hjá borgarmeistaranum …  

Anneka.
Okk, okk, eg eri ikki sligin her í húsi fyrr.

Heindrikur.
Sum allir borgarar vilja gera caressir4 og baselemanir til hereftirdags         

Anneka.
Eg hugsi, hasin drongur er vorðin heilt ørur. Hoyrið, matmóðirin, matmóðirin, komið higar!

Heindrikur.
St. st. st.! Tú fært eina ólukku við tínari matmóður. Eg merki, at tú veitst einki um, hvat ið er borist fyri; tí fyrigevi eg tær sum ein kristin títt brot. Ráðið hevur við teim flestu atkvøðum valt húsbóndan til at vera borgarmeistara, matmóðurina til at vera borgarmeistarafrú, dømt Engelku frá sínum jomfrúdómi og hækkað hana til frøkun. Tí er tað lætt fyri teg at fata, at tað ikki sømir sær mær at arbeiða meira.  Tí beri eg eisini hetta liberí, sum tú sært.

Anneka.
Statt nú ikki har og spotta meg afturat.

Heindrikur.
Tað er, sum eg sigi, Anneka. Hygg, har kemur frøkunin, hon fer at játta míni orð.

 

Scen. 3.

Engelka. Anneka. Heindrikur.

Engelka.
Áh! Gud troysti meg armu menniskju, nú síggi eg onga vón meira.

Heindrikur.
Nú, frøkun! er tað nú stundir at gráta, tá foreldur tygara eru komin til slíkt ríkidømi?  

Engelka.
Statt og tig, Heindrikur! eg vil eingin frøkun vera.                    

Heindrikur.
Hvat skulu tygum so vera? Tygum eru jú ikki jomfrú longur, so mega tygum jú vera frøkun. Tað er jú tað næsta heiðursstig, ein vinnur fram til, tá ein letur jomfrúdómin frá sær.                   

Engelka.
Eg vildi heldur verið fødd burtur á bygd, so var eg vís í at kunna fáa hann, ið eg eina ferð havi givið hjarta mítt.

Heindrikur.
Íðan so, er tað ikki annað, frøkunin grætur um, enn at tygum vilja giftast? Nú kunnu tygum so reiðuliga skjótt verða gift og fáa hvønn drong, tygum vísa á; tí hálvur staðurin vil kappast um at verða dótturmaður borgarmeistarans.

Engelka.
Eg vil ongan hava uttan Antonius, sum eg eina ferð havi lovað at gifta meg við.

Heindrikur.
Fý, fý, jomfrú! Vilja tygum nú hava ein hjólmakara, ið neyvan eg, sum bert eri reutendienari, kann koma saman við? Nei, tygum mega tráa hægri hereftir.

Engelka.
Halt munnin til á tær, títt ótýggi, eg vil heldur lata lívið, enn tey fáa meg til at taka ein annan.

Heindrikur.
Hugsið ikki meira um tað, háborna frøkun! vit vilja royna, eg og borgarmeistarin, um vit kunnu hjálpa Antoniusi til okkurt starv, og so kundu tygum altíð fingið hann.

(Anneka grætur).

Heindrikur. 
Hví grætur tú, Anneka?

Anneka.
Eg gráti av gleði yvir ta lukku, ið okkara húsi er fyriborist.

Heindrikur.
Satt er tað, Anneka! tú hevur orsøk til at frøast; hvør fjandin skuldi trúð, at ein sovorðin súgv sum tú skuldi kunna vorðið mammesella?

Anneka.
Hvør dekan skuldi eisini trúð, at eitt sovorðið svín sum tú skuldi kunna vorðið reutendienari?

Heindrikur.
Hoyrið, børnini! eg havi ikki stundir til at práta longur við tykkum hesi ferð. Borgarmeistarafrúin væntar gestir; eg skal kóka kaffi. Hygg, har er hon, lat okkum fara, eg má skunda mær eftir kaffiborðinum.

 

Scen. 4.

Heindrikur. Geska(við einum hundi í fevninginum).

Heindrikur kemur inn við kaffiborðinum og hevur nógv at stákast við.

Geska.
Hoyr, Heindrikur! er latið siruppur út í kaffið?

Heindrikur.  
Nei, matmóðirin!

Geska.
Eingin húsbóndin ella matmóðirin longur, Heindrikur! tað sigi eg tær eina ferð með alla. Skunda tær uttar eftir nøkrum siroppi og lat hann út í pottin. (Heindrikur fer uttar.) Alt hetta stríðið var eg áður fyriuttan. Men eg hugsi, at tá ið eg verði von við tað, fer tað at falla lættari.

Heindrikur.  
Her er siroppurin.

Geska.
Lat hann út í pottin. Dýradoyð, nú bankar. Hatta munnu helst vera ráðharrafrúirnar, ið koma.

Heindrikur (í durunum).
Hvønn vilja tygum tala við?

Ein genta.
Sig meistara tínum, at hann lýgur uppímóti 10 kannustoyparum. Eg havi slitið einar heilar skógvar burtur av mær, einans sum eg havi runnið eftir hasari matspann.

Heindrikur.
Eg sigi, hvønn vilja tygum tala við?

Gentan.  
Eg vil tala við meistar Hermann.

Heindrikur. 
Tú gongur apríl.  Her býr borgarmeistari von Bremenfeld.

Gentan.  
Tað er ræðuligt.  Ein kann ikki fáa tað gjørt, ið verður einum lovað, og so skal ein afturat lata seg lumpa av einum neyðars kannustoypara.

Heindrikur.
Hevur tú nakað at kæra teg um inn á kannustoypararnar, so mást tú koma á ráðstovuna; har manst tú fáa tín rætt, um eg annars kenni borgarmeistara von Bremenfeld.

Tveir lakaiir.
Frúir okkara vildu fegin fregnast, um tað var høgligt fyri borgarmeistarafrúnni, so vildu tær hava tann heiður at vitja hana.

Heindrikur (við gentuna).
Hoyrir tú nú, tín carnaillia, at her eingin kannustoypari býr. (Til tænararnar) Eg skal vita, um borgarmeistarafrúin er við hús.

(Gentan fer).

Heindrikur (til Gesku).
Her eru tvær ráðharrafrúir uttanfyri, sum vilja tala við matmóðurina.

Geska.  
Lat tær koma inn.

 

Scen. 5.

Madame Ábrahams. Madame Sanderus. Geska. Heindrikur.

(Tær kyssa báðar hennara fyrriklæði).

Mad. Ábrahams.
Vit eru higar komnar í dag at bera fram okkara eyðmjúku gratulatión og temoignera5  ta hjartans gleði og fragd, vit hava vegna tygara avancement06, og samtíðis at recommandera okkum í tygara affectión7 og vælvild.

Geska.
Tres humble seriviteur! Eg veit ikki, um tit skoyta um at drekka ein kaffimunn?

Mad. Ábrahams.
Vit takka borgarmeistarafrúnni, vit eru hesu ferð bert komnar fyri at gratulera.

Geska.
Tres humble serviteur! Men eg veit so væl, at tit fegin drekka kaffi. Tit vilja kanska lata tykkum noyða. Verið so góðar og takið sess; kaffið er kókað.   Heindrikur!

Heindrikur.  
Háborna frú!

Geska.  
Hevur tú latið sirop út í kaffið?

Heindrikur.  
Ja, eg havi.

Geska.
Verið so góðar at taka til takkar, góðu madammur!

Mad. Sanderus.
Borgarmeistarafrúin er so góð at excusera8 okkum, vit drekka aldri kaffi.

Geska.
Hvat er hatta fyri tvætl! Eg veit betur enn so. Fáið tykkum sess!

Mad. Sanderus.
Áh, masæur9 eg eri um at spýggja, tá ið eg hugsi um handa siroppin.

Geska.
Heindrikur, kom higar og skonk í kopparnar.

Mad. Sanderus.
Tað er nóg mikið, tygum! Eg orki ikki at drekka meiri enn upp í ein hálvan kopp.

Heindrikur.  
Eg skuldi biðja borgarmeistarafrúnna støkka eitt sindur inn til borgarmeistaran.

Geska.    
Orsakið meg, góðu frúir;  eg má støkka út eina løtu. Tit skulu við tað sama hava tann heiður at síggja meg aftur.

 

Scen. 6.

Ráðharrafrúirnar (einsamallar).

 

1. ráðharrafrú.
Ha ha ha ha ha ha ha ha ha! Hvør verður nú mest nipin, tú, antin hon, sum vit sita og flenna at innantanna, ella vit, sum noyðast drekka kaffi við siroppi útií?

2. ráðharrafrú.
Fyri Guds sakir tala ikki meiri um handa siroppin, alt vendir sær innan í mær, tá ið eg hugsi um hann.

1. ráðharrafrú.  
Legði tú til merkis tað yvirbragd, hon hevði, tá ið vit kystu fyrriklæði hennara?   ha ha ha ha ha! Eg gloymi ikki so leingi, eg livi, hatta tres humble serviteur, ha ha ha ha ha!

2. ráðharrafrú.
Tú mást ikki flenna so hart, eg stúri fyri, at tey koma at hoyra tað.

1. ráðharrafrú.
Góða tú, tað er nettupp tað, ið ræður um ikki at fara at flenna. Var hatta nú ikki eisini ein alfagur hundur, hon hevði á arminum! so vakur leinkjuhundur, sum fáast kann! eg hugsi fyri vist, hann aftrat øllum verður róptur Joli. Oh himmal! ja, er tað ikki satt, sum tey siga, at eingin menniskja er meira hugmóðig enn hon, ið úr skarni knappliga kemur til stóran heiður? Tí er einki meira vandaligt enn slíkar knappligar broytanir. Ein, ið komin er av góðum fólki og hevur fingið eina aðaliga uppaling, verður helst tann sami, ja, summatíðir verður hann tess meiri eyðmjúkur, tess hægri hann verður mettur. Men tær menniskjur, sum av ongum vaksa so brádliga sum hundaland, í teimum hevur hugmóð eins og sítt rætta setur.

2. ráðharrafrú.
Hvat man vera orsøk til slíkt? Mær tykir, slík fólk áttu heldur at verið eyðmjúk, tá ið tey hugsaðu um, hvat ið tey áður vóru.      

1. ráðharrafrú.
Orsøkin til tess má vera henda. Tey, ið komin eru av múgvandi fólki, leggja ongan undir at vanvirða seg, og tí hugsa tey ikki um, hvussu tey verða móttikin. Olmussufólk har aftur ímóti trúgva øllum ilt; tey halda, hvørt orð, hvørt yvirbragd sipar til at brigda teimum tað, tey áður vóru, og tessvegna royna tey at bjarga tigni teirra við stórlæti og hugmóði. Trúgv mær, góðasta, tað er nakað í tí at vera komin av góðum fólki. Men har kemur drongurin aftur, best man vera at tiga.

 

Scen. 7.

Heindrikur. 2 ráðharrafrúir.

Heindrikur.
Tær góðu mardamur10 latið sær ikki tíðina falla langa. Hennara hátign kemur við tað sama aftur. Borgarmeistarin hevur givið henni eitt nýtt helsi til hund hennara, men tað var nakað ov vítt, og tessvegna er skræddarin inni og tekur mál av hundsins hálsi; so skjótt tað er gjørligt, kemur hon inn aftur. Men tær góðu mardamur verða ikki illar, um eg biði tykkum um eitt. Tygum eru væl so góðar og hugsa um meg við einari lítlari discretión11, tí eg havi nógv at arbeiða og strevist sum eitt ross her í húsi.

1. raðharrafrú.
Fegin, hann sjálvur, har er ein dáli, um hann ikki vil forsmáa.

Heindrikur.
So manga takk! Eg vildi ynskt, at eg kundi samsýnt tykkum tað aftur. Nú skulu tit bara drekka dúgliga, meðan frúin er úti, hon verður aldri ill um tað, og um so er, skal eg taka tað upp á meg.

1. ráðharrafrú.
Áh, tygum, tað besta, tygum kunnu gera okkum, er ikki at noyða okkum.

Heindrikur.
Sum eg sigi, hábornu mardamur! Frúin verður aldri ill um tað; drekkið tit nú bara. Kanska er tað ikki nóg søtt, so skulu tit fáa meiri siropp.  Men har kemur frúin sjálv.

 

Scen. 8.

Borgarmeistarafrúin. 2 ráðharrafrúir. Heindrikur.

Borgarmeistarafrúin.
Tit mega taka útyvir, at eg var so leingi burtur. Men frúirnar hava jú einki drukkið.   Vit mega hava kannuna tømda, og síðani, tá ið vit hava drukkið kaffi, skulu tit smakka øl okkara, tað er, uttan at rósa tí, so gott sum nakra staðni her í býnum.

Mad. Sanderus.
Áh, eg fekk so ilt fyri hjartað; borgarmeistarafrúin fer at umbera mær, at eg ikki kann steðga longur, men vinkona mín verður eftir og tekur til takkar.

Mad. Ábrahams.
Nei, tað var synd, um eg skuldi farið frá vinkonu mínari. Vit geva okkum undir borgarmeistarafrúinnar vælvild.

Geska.
Nei, nú skal eg geva tygum eitt glas av brennivíni, so verða tygum frísk í stundini; tað drívur burtur vindar. Heindrikur, far eftir einum glasi av janevir, frúin livir ikki væl.

Mad. Sanderus.
Nei, umberið meg, frúin, eg má fara.

 

Scen. 9.

Ein onnur ráðharrafrú. Geska. Heindrikur.

Ráðharrafrúin.
Eyðmjúkasta tænarinna, háborna frú! Eg komi eftir mínari skyldu at bera fram míni bestu ynski.

(Geska gevur henni hondina at kyssa, og hon kyssir á hondina).

Geska.
Tað skal vera mær ein gleði, um annaðhvørt eg ella borgarmeistarin kunnu vera tygum til vildar. Vilja tygum ikki taka sess? Verið so góð.   Tygum skulu eingi complimentir nýta, men trúgva, at tygum eru hjá tygara javnlíka.

Ráðharrafrúin.
Eg takki skyldugast, háborna frú.

(Hon setur seg).

Geska.
Her vóru nakrar av hennara kolleginnum nýliga og drukku kaffi við mær, eg hugsi, har man vera upp í einar tveir koppar eftir, um tygum vilja hava; tað besta er um botnin. Eg orki nú ikki at drekka meira, tí eg havi longu fingið so mikið, at magi mín er sum ein blástur kíkur.

Ráðharrafrúin.
Eg sigi so manga takk, men eg havi nýliga drukkið kaffi.

Geska.
Sum tygum vilja; vit fínu fólk noyða ongan. Men hoyrið, mín kæra madam! vita tygum mær onga franzoise12 til frøknina? Eg vildi, hon skuldi lært fransøsk!

Ráðharrafrúin.
Jú, háborna frú! eg veit eina, sum er ógvuliga fitt.

Geska.
Tað er gott; men tað vil eg lata hana vita frammanundan, at eg toli ikki, at hon rópar meg madam13, sum tey fronsku eru von at gera. Ikki tí eg eri stórbær, men mær dámar tað nú eina ferð ikki.

Ráðharrafrúin.
Nei, tað er so vituligt. Men má eg ikki eisini sleppa at kyssa frøkunina á hondina?

Geska.   
Hjartaliga gjarna. Heindrikur! rópa frøkunina og sig, at her er ein ráðharrafrú, ið vil kyssa hana á hondina.

Heindrikur.
Eg hugsi ikki, at hon kann koma, tí hon situr og stoppar sokkar sínar.

Geska.
Hoyr hann, sum hann stendur og møsnar. Ha! ha! ha! hann vildi siga baldýrar.

Arianka hjá smiðinum, (sum er eitt útklætt mannfólk, kemur inn).
Oh góðasta Geska! er tað satt, at maður tín er vorðin borgarmeistari? Eg eri so fegin yvir tað, sum onkur hevði givið mær ein tumark. Lat okkum nú síggja, at tú ikki verður stórbær, men kennist við tínar gomlu vinkonur.

(Geska svarar ikki eittans orð).

Arianka.  
Nær varð maður tín borgarmeistari, góðasta?

(Geska tegir).

Arianka.
Tú situr heilt burtur, góðasta. Eg spyrji, nær maður tín varð borgarmeistari.

Ráðharrafrúin.
Tygum mega hava meiri virðing fyri borgarmeistarafrúnni, góða madam!

Arianka.
Nei, so pínadoyð havi eg ongar complimentir við Gesku, tí vit hava verið sum eitt likami og ein sál. Men, hvussu er vorðið, góðasta, eg haldi kortini, at tú ert vorðin heldur stórbær.

Geska.  
Góðasta; eg kenni tygum ikki.

Arianka.
So kennir Várharra meg meðni. Tá ið tær hevur nýtst pening, so hevur tú kent meg. Tú kanst ikki vita, um ikki maður mín kann verða tað sama sum tín, áðrenn hann doyr.

(Geska fær ilt fyri hjartað, tekur eitt høvurvatnsegg og heldur fyri nøsina).

Heindrikur.
Mars út við tær, tín smiðjukelling! Heldur tú, tú stendur í einari smiðju og brúkar teg?

(Hann tekur hana um hondina og leiðir hana út).

Geska.
Áh, madam! tað er ein pína at koma saman við hetta ringa slagið. Heindrikur! tú skal fáa eina ólukku, um tú sleppur nakrari borgarakonu inn hereftir.

Heindrikur.
Hon var drukkin, súgvin, tí brennivínsroykurin fýsti henni út úr munni.

Ráðharrafrúin. Hasin tilburður ger mær so ilt, tí eg stúri fyri, at borgarmeistarinnan ikki hevur tolt tað. Fín fólk tola ikki so mikið av. Tess hægri ein kemur í verøldini, tess veikari verður likamið.

Geska.
Ja, eg kann svørja frúnni uppá, at eg havi so langt frá ta heilsu nú, sum eg hevði fyri kortum.

Ráðharrafrúin.
Tað trúgvi eg so væl; tygara hátign fara hereftir at medicinera hvønn dag, so hava allar aðrar borgarmeistarafrúir gjørt.

Heindrikur (til spectatores14)
Eg haldi so sanniliga, at eg havi heldur ikki heilsu sum áður, síðani eg varð reutendienari. Eg havi fingið ein sting, áh, áh!  beint her undir vinstru lið.   Tit flenna at tí, gott fólk, men tað er so sanniliga álvara. Eg stúri ma foi15  fyri, at áðrenn eg veit av einum orði, havi eg fingið mær eina podagra16 upp á hálsin.

Ráðharrafrúin.
Borgarmeistarinnan má eisini taka sær ein lækna ársvís til alt húsið, og hann má so geva tygum nakrar dropar, sum tygum ið hvussu er mega hava standandi í einum glasi, annaðhvørt tygum nýta teir ella ikki.

Geska.
Ja, eg skal sanniliga lýða ráð hennara. Heindrikur! tú kanst síðani renna oman til doktar Hermelin og biðja hann gera so væl og vitja meg, tá ið hann fær stundir.

Ráðlharrafrúin.
Nú má eg siga farvæl, háborna frú, og recommendera meg í hennara vælvild.

Geska.
Tygum eru longu recommenderað, mín kæra frú ráðharrainna! tygum kunnu altíð frítt tala til mín og meistar Hermans, eg sigi borgarmeistara von Bremenfeld; hvat ið vit kunnu gera fyri tygum og mann tygara, skal ikki verða ógjørt.

Ráðharrafrúin (kyssir á fyrriklæðið og sigur):
Skyldugasta tænarinna!

Geska.
Lat okkum fara innar, her vil maður mín taka ímóti fólki.

 

Orðafrágreiðingar til 4. part:

1 nefas = óreiðiligheit (latín), órein inntøka
2 carronia = franskt ókvæmisorð
3 galiath = ein lystugur franskur dansur
4  gera ceressir = smikra fyri.
5 temoignera = vísa
6 avancement = hækking
7 affectión = biðja um tygara blíðskap
8 excusera = umbera
9 masæur = masør (franskt), systir (var í teirri tíðini nýtt vinkona millum)
10 mardamur, ring keypmanahavnsk úttal
11 dicretión = gáva
12 franzoise = lærarinna í fronskum.  
13 madame (franskt) = frú.
14 spectatores = áskoðararnar
15 ma foi = mín sann (franskt, útt. [ma foa]
16 podagra = gikt í stórutá

 

To top

Fimti partur

ACTUS V.

Heindrikur. 2 lógmenn.

Heindrikur.
Bíða nú, nú skulu árar leika í tollum, nú skal borgarmeistarin taka ímóti fólki. Nú skulu tit síggja, gott fólk, um nakar, ið hevur verið í 20 ár í tænastu, dugir betur at snúgva sær í hesum enn eg. Har hoyri eg, tað bankar. Hvønn vilja hasir góðu menn tala við?

Lógmaðurin.
Vit vildu fegin havt tann heiður at  tala við borgarmeistaran.

Heindrikur.  
Hann er ikki uppi enn.

Lógmaðurin.
Ikki uppi klokkan fýra seinrapartin?

Heindrikur.
Uppi er hann væl, men hann er útfarin.

Lógmaðurin.
Men vit hittu jú beint í durunum ein mann, ið hevði talað við hann.

Heindrikur
So er hann inni meðni, men hann livir ikki væl. (Spakuliga) Hasir stavnarnir eru býttari enn ross, teir duga ikki at fata, hvat eg meini.

Lógmaðurin (spakuliga).
Eg haldi meg merkja, bróðir, at hasin kallurin vil lata seg smyrja; vit mega stinga honum ein dála í nevan, so man borgarmeistarin við tað sama fara at koma. Hoyrið, góði vinur, tygum vilja ikki forsmáa einar tveir dálar at fáa tygum ein dropa fyri.

Heindrikur.
Nei, góðu harrar! eg taki aldri ímóti, gávum.

Lógmaðurin.
Hvat skulu vit so gera, bróðir? so mega vit fara og koma aftur eina aðra ferð.

Heindrikur (tarnar teimum at fara).
Hoyrið, messieurs, tit eru so sera hastigir. Eftirsum tað eru tit, vil eg taka ímóti teim tveimum dálunum, tit kundu annars trúð, at eg var stórbærur, og hús okkara kundi tessvegna komið í ringt orð.

Lógmaðurin.
Hyggið her, góði vinur, her eru tveir dálar, um tygum ikki forsmáa; nú eru tygum so góður og latið okkum tala við borgarmeistaran.

Heindrikur.
Eyðmjúkasti tænari! eftirsum tað eru tit, vil eg gera alt, tað eg kann. Borgarmeistarin er væl so toluliga frískur sum ein hestur, men livir kortini ikki so væl, at hann kann tala við hvønn sum helst! Men eftirsum tað eru tit, messieurs! so er tað ein onnur sak; vilja tit gera so væl og bíða eina løtu, messieurs, so skal eg boða frá tykkum. Men har bankar uppaftur. Hvønn vilja tygum tala við, mín góði maður?

Ein maður (takandi hondina niður í brókalumman).
Eg vildi fegin havt tann heiður at tala við borgarmeistaran.

Heindrikur (spakuliga).
Hasin maður veit at bera seg at, hann fer við tað sama í lumman. (Hart) Ja, harri, hann er inni. Nú skulu tygum brátt koma at tala við hann.

(Heindrikur rættir hondina fram, men hin tekur í staðin fyri pening bert sína klokku upp úr lummanum og sigur):

Eg síggi, at klokkan er longu fýra.

Heindrikur.
Hvønn var tað, monsieur vildi tala við?

Maðurin.  
Við borgarmeistaran.

Heindrikur.  
Hann er ikki inni, monsieur!

Maðurin.
Tygum søgdu jú beint nú, at hann var inni.

Heindrikur.
Kann væl vera, monsieur! men so havi eg verið mismæltur.

(Maðurin fer).

Heindrikur.
Hygg, hasin skálkurin! So tú heldur, at borgarmeistarin skal ganga tíni ørindi. (Til lógmenninar) Nú skal eg beinanvegin boða frá tykkum.

Lógmaðurin.
Nei, óreint í handa drongin, so væl hann ikki longu dugir at snúgva sær í sínum starvi. Men ver nú ansin, bróðir. Vit eru teir fyrstu, ið skulu plága henda góða kannustoypara, okkara felagar skulu fullkoma verkið. Men hygg, har kemur hann!

 

Scen. 2.

Bremenfeld. 2 lógmenn. Heindrikur.

1. lógmaður.Vit ynskja av instu hjartans grund háborna harra borgarmeistaranum eydnu til hetta høga tigni í okkara býi, og vóna, at tygum vilja vera ikki minni mildur, varin og árvakin enn nakar av undanmonnum tygara, tessvegna at tygara hátign hava komið tygum fram til hetta høga embæti ikki við ríkidømi, ætt ella vinum, uttan einans við tygara viðgitnu stóru dygdum, lærdómi og dugnaskapi í státssøkum.

Bremenfeld.
Tres humble serviteur!

2. lógmaður.
Serliga er tað okkum ein gleði, at vit hava fingið slíkt yvirvald, ið ikki einans hevur so nær sum guddommiligt vit …       

Bremenfeld. 
Eg takki GUDI.

2. lógmaður.
Uttan sum eisini ber orð fyri at vera blídligur móti øllum og at gera til sína størstu fragd at hoyra fólksins klagur og hjálpa teimum til rættis; tí eg kann siga, at eg var um at svíma av gleði, tað fyrsta eg hoyrdi, at valið var fallið á harra borgarmeistara von Bremen.

Heindrikur.
Tit skulu siga von Bremenfeld, Messiørs.

2. lógmaður.
Eg biði so mangar ferðir um fyrigeving, eg vildi siga borgarmeistara von Bremenfeld. Nú eru vit í dag higar komnir, fyrst fyri at bera fram okkara eyðmjúku eydnisynski og tínæst ráðføra okkum við tygara hátign í einari ósemju, ið er komin á millum okkara principálar1, í hvørjari ósemju vit báðir høvdu gjørt av at lata verða dømt við landsins lóg og rætti, men síðani hava vit umrátt okkum og fyri at sleppa undan tí tíðarspelli og teim kostnaðum, ið koma av sakarmáli, hava vit heldur viljað givið okkum inn undir harra borgarmeistarans avgerð. Og harvið lova vit at lata tað verða.

(Bremenfeld setur seg og letur hinar verða standandi).

1. lógmaður.
Principálar okkara báðir eru grannar, men har er ein á, ið skilir jarðar teirra frá hvørjum øðrum. Nú er tað borist á fyri 3 árum síðani, at vatnið hevur loyst ein stóran teig burtur av grund míns principáls og skolað hann yvir at ogn míns mótparts. Skal hann nú kunna leggjast á henda teig? Stendur ikki skrivað: Nemo alterius damno debet locupletari?2  Her vil jú principálur hansara gera seg ríkan til skaða fyri mín principál, hvat ið beinleiðis stríðir móti æquitatem naturalem3 . Er hetta ikki so, harri borgarmeistari?

Bremenfeld.
Nei, tað er jú ikki beint at krevja slíkt. Tygum hava rætt, monsieur.

2. lógmaður.
Men Justinianus sigur jú gjølla libro secundo Institutionum, titulo primo, de Alluvione 4 ---            

Bremenfeld.  
Hvat dekan leggi eg í, hvat Justinianus ella Alexander Magnus sigur, ið kanska livdi nøkur túsund ár, áðrenn Hamborg varð bygt? Hvussu kunnu teir døma í søkum, ið ikki vóru til á teirra tíð?

2. lógmaður.
Eg vóni kortini, at tygara hátign ikki vraka tær lógir, sum alt Týskaland hevur givið seg inn undir.

Bremenfeld.  
Tað var ikki so, eg meinti, tygum skiltu meg ikki beint, eg vildi bert siga. (Hann hostar upp ímillum.) Verið so góður at siga talu tygara víðari fram.

2. lógmaður.
Soleiðis eru Justiniani orð: Quod per alluvionem agro tuo flumen adjecit. jure gentium tibi acquiritur5 .

Bremenfeld.
Harri lógmaður! Tygum tala so dekans skjótt; sigið mær tað meira gjølla.

(Lógmaðurin tekur tað sama uppaftur við dvøl á hvørjum orði).

Bremenfeld.
Asj, monsieur! Dekans ringa úttalu av Látínu tygum hava; talið móðurmál tygara, tað verður betur burtur úr hjá tygum. Eg sigi tað ikki, tí at eg eri nakar hatari av Látíni; tí eg siti ofta heilar tímar og tali Látín við tænara mín. Er tað ikki satt, Heindrikur?

Heindrikur.
Tað er forvitnisligt at hoyra harran tala Látín; tí tað tori eg siga, at tárini koma mær í eygu, tá ið eg hugsi um tað.   Tað er eins og at hoyra ertir kóka í einum potti, so kvikliga støkka orðini honum út av munni. Fjandin má vita, hvussu nøkur menniskja kann vera so snarmælt. Men hvat ger ikki gamal vani?

2. lógmaður.
Justiniani orð, háborni harri borgarmeistari! eru soleiðis: Tað, ið ein á skræðir burtur av akri annans mans og leggur til tín, tað verður títt.

Bremenfeld.
Ja, Justinianus hevur fyri so vítt rætt, tí hann var ein heiðursmaður. Eg havi nógv ov mikla virðing fyri honum til, at eg ikki skuldi lagt dent á hansara dóm.

1. lógmaður.
Men, harri borgarmeistari! mín mótpartur lesur lógina eins og fjandin lesur bíbliuna. Hann gloymir tað, ið kemur beint aftaná: Per alluvionem autem videtur id adjecit, quod ita paulatim adjicitur, ut intelligi non possit, quantum quoquo temporis momento adjicitur6.

Bremenfeld.
Messieurs! orsakið meg, eg má niðan í ráðhúsið; nú sló hon hálvgingin fimm. Heindrikur, tú kanst royna at forlíka sakina við teimum uttari í forstovuni.

1. lógmaður.
Áh, harri borgarmeistari! Sigið okkum so tygara meining í einum orði.

Bremenfeld.
Messieurs! Tit hava báðir rætt, hvør á sín hátt.

2. lógmaður.
Hvussu kunnu vit hava rætt báðir? Eg meini, at tá ið eg havi rætt, so hevur mótpartur mín órætt. Justiniani lóg er so gjølla fyri mær.

Bremenfeld.
Orsakið meg, eg má í stundini niðan í ráðhúsið.

1. lógmaður (tekur í borgarmeistaran):
Eg havi jú prógvað, at Justiniani orð geva mær rætt.

Bremenfeld.
Ja, tað er satt, Justinianus heldur við báðum, hví devulin forlíka tit so ikki sakina? Tit kenna ikki Justinianus eins væl og eg; tá ið hann tveitir kápuna á báðar akslar, so er tað eins nógv, og hann vildi sagt hesi orð: Farið og forlíkið sakina, tykkara ørvitisknokkar!

2. lógmaður.
Harri borgarmeistari! fyri at skilja meining lóggevarans á beinan hátt, er tað jú neyðugt at meta eina grein við eina aðra; stendur har ikki í næstfylgjandi paragrapho: Quod si vis fluminis de tuo prædio7     ---                

Bremenfeld.
Nú, vilja tit sleppa mær tit tingstuðlar; tit hoyra jú, eg skal niðan í ráðhúsið.

1. lógmaður.
Hoyr, harri borgarmeistari, steðgið eitt bil, latum okkum nú hoyra, hvat Hugo Grotius8 sigur.

Bremenfeld.
Eg gevi bæði tykkum og Hugo Grotius deyðan og djevulin; hvat havi eg við Hugo Grotius at gera? Hann var ein armenianari; hvat rakar okkum tær lógir, ið menn gera at fjandanum til í Armeniu? Heindrikur! bein teir út í stundini.

Teir fara út.

(Heindrikur berjist uttari í forstovuni og kemur inn eftir høvdinum, eftirfylgdur av einari kelling, ið má vera eitt útklætt mannfólk).

Kellingin (tekur borgarmeistaran fyri bringuna og rópar):
Og tað vil eitast yvirvald, ið ásetir slíkar bannaðar lógir, at ein maður kann hava tvær konur! hugsa tygum ikki, at Guds dómur er yvir tygum?

Bremenfeld.
Ert tú ør kelling? hvør dekan hevur hugsað um slíkt.

Kellingin.
Hei, hei, hei, eg fari ikki hiðani, fyrr enn eg havi sæð hjartablóðið í tær.

Bremenfeld.
Á - - hjálp. Heindrikur! Pætur!

(Pætur kemur inn og baksar kellingina uttar. Heindrikur, ið hevði krógvað seg, hjálpir endiliga til).

 

Scen. 3.

Bremenfeld.   Heindrikur.

Bremenfeld.
Heindrikur, tað skal verða tær illa burturúr, um tú tíðari sleppir kellingum ella sakførarum inn, tí hvør teirra drepur meg á sín hátt. Um her koma onnur og vilja tala við meg, skalt tú siga teimum, at tey mega vara seg ikki at tala látín, tessvegna eg av einari vísari orsøk havi forsvorið tað.

Heindrikur.
Eg havi eisini forsvorið tað av somu orsøk.

Bremenfeld.
Tú kanst siga, at eg tali ikki uttan Greskt.

(Tað bankar uppaftar. Heindrikur fer til dyrnar og kemur inn við einari stórari pappírsrúgvu).

Heindrikur.
Her er ein rúgva av pappíri frá Syndicus9, ið borgarmeistarin skuldu hyggja at og geva tygara meining um.

(Borgarmeistarin setur seg við eitt borð og blaðar í pappírunum).

Bremenfeld.
Tað er ikki so lætt at vera borgarmeistari, sum eg hugsaði, Heindrikur! Eg havi her fingið nakrar sakir at gjøgnumkanna, sum fjandin sjálvur ikki kann hava greiði á. (Fer at skriva, reisir seg og turkar sveittan av sær, setur seg niður og strikar út tað, hann hevur skrivað) Heindrikur!

Heindrikur.  
Harri borgarmeistari!

Bremenfeld.
Hvat er tað fyri gangur, tú heldur?  Kanst tú ikki standa kvirrur?

Heindrikur.
Eg viki meg ikki av staðnum, harri borgarmeistari!

Bremenfeld. (Hann reisir seg aftur, turkar sveittan av sær sum í áðni, tveitir parykkin á gólvið, so hann tessbetri kann hugsa við berum høvdi. - Gongur og traðkar á parykkin og sipar bann burtur við fótinum, setur seg niður aftur at skriva. Rópar:)
Heindrikur!

Heindrikur. 
Harri borgarmeistari!

Bremenfeld.
Tú skalt fáa eina ólukku, um tú ikki stendur kvirrur; hetta er aðru ferð, at tú órógvar míni conceptir10.

Heindrikur.
Eg gjørdi so sanniliga ikki annað, enn at eg stappaði skjúrtuna inn og mátaði á beinunum, hvussu nógv liberíkjólin er ov síður til mín.

Bremenfeld (reisir seg aftur og bankar sær við hondini á høvdið fyri at fáa conseptir).
Heindrikur!

Heindrikur.  
Harri borgarmeistari!

Bremenfeld.
Far út og sig við hasi konufólkini, ið rópa á strætunum við eysturs, at tey mega ikki rópa í hesum stræti, har eg búgvi, tí tað órógvar meg í mínum politisku forrætningum.

Heindrikur (rópar í dyrnum hesi orð tríggjar ferðir):

Hoyrið tit eysturskellingar! tit kanaljir! tit karonjir! tit freku teytir, tit gifta manna horur! Er tað ikki skomm skapt í tykkum, at tit tora rópa soleiðis í stræti borgarmeistarans og órógva hann í hansara forrætningum?

Bremenfeld.
Heindrikur!

Heindrikur.
Harri borgarmeistari!

Bremenfeld.
Gev eina ferð uppat, títt ótýggi!

Heindrikur.
Tað ger heldur ikki mun, um eg rópi meira, tí býurin er yðjandi fullur av slíkum fólki; neyvan er eitt farið framvið, so kemur í stundini annað í staðin, tí um ---     

Bremenfeld.
Einki tvætl meir, statt kvirrur og halt munnin til á tær. (Setur seg og strikar út tað, ið hann hevur skrivað, skrivar uppaftur, reisir seg og hælar í vreiði og rópar) Heindrikur!

Heindrikur.  
Harri borgarmeistari!

Bremenfeld.
Gævi hatta borgarmeistaraembætið var at dekanum til. Vilt tú vera borgarmeistari fyri meg?

Heindrikur.
Skomm fái hann, ið so ger. (Spakuliga) Og samaleiðis hann, ið um tað biður.

Bremenfeld (vil seta seg aftur at skriva, men setur seg burtur í øðrum heimi og dettur á gólvið, rópar)  
Heindrikur!

Heindrikur.  
Harri borgarmeistari!

Bremenfeld.
Eg liggi á gólvinum.

Heindrikur.
Ja, tað síggi eg.

Bremenfeld.
Kom higar og hjálp mær upp aftur.

Heindrikur.
Borgarmeistarin hevur sjálvur sagt, at eg má ikki flyta meg av staðnum.

Bremenfeld.  
Sum hetta er ein forherðaður drongur! (Reisir seg sjálvur á føtur.) Bankaði tað ikki á hurðina?

Heindrikur. 
Jú. Hvønn vilja tygum tala við ?

Ein borgari.
Eg eri formaður fyri hattamakarunum; eg havi eina klagu at bera fram fyri borgarmeistaranum.

Hermann von Bremenfeld.
Áh, eg kann ikki hava meiri enn eitt í høvdinum í senn. Spyr hann, hvat tað er.

Borgarin.
Tað er fløktari enn so. Eg má tala við borgarmeistaran sjálvan. Tað kann verða gjørt í ein tíma; tí mín klaga er bert í 20 greinum.

Heindrikur.
Hann sigur, at hann má tala við borgarmeistaran sjálvan, tí hansara greinir eru bert í 20 klagum.

Bremenfeld.
Áh Gud náði mær arma manni, eg eri longu heilt forstýraður í høvdinum. Lat hann koma inn.

Borgarin.
Áh, harri borgarmeistari! mær neyðars manni er gjørdur stórur órættur, sum borgarmeistarin nú skjótt skal fata, tá ið tygum fáa tað at hoyra.

Bremenfeld.
Tygum mega geva mær tað skrivliga.

Borgarin.
Her havi eg skrivað alt niður upp á fýra ørk.

Bremenfeld.
Heindrikur! har bankar uppaftur.

Heindrikur.   
Hvønn vilja tygum tala við?

Ein annar borgari.
Eg havi eina klagu at bera fram fyri borgarmeistaranum yvir formannin fyri hattamakarunum.

Bremenfeld.  
Hvør var hatta, Heindrikur?

Heindrikur.
Tað er hattamakarans kontrapartur11.

Bremenfeld.
Lat hann flýggja tær sína inngávu. Nú kunnu tit bíða í forstovuni so leingi, góðu menn. Heindrikur!

Heindrikur.  
Ja, harri.

Bremenfeld.
Kanst tú ikki hjálpa mær eitt sindur til rættis? Eg veit ikki, hvat eg fyrst skal fara undir. Les hart fyri mær hattamakarans krav.

Heindrikur (lesur hart tað, ið fylgir).
Háborni, háttmentaði, strangi, fasti harri borgarmeistari!

Fyrstur av teim virðiligu handverkarum og lógligu borgarum í hesum frálíka staði, stígi eg undirskrivaði N. N. óverdugur formaður fyri hinum virðiliga hattamakarafelagi fram, og næst áður framborna eins hávirðandi og blíða gratulatión yvir at síggja ein so úrvaldan og væl lærdan mann hækkaðan til so stóran stórleika, klagi eg í ýtarsta lítilleika yvir ein av teim størstu, vandaligastu og ljótastu ónýtslum, sum tær ólíkligu tíðir og tær enn meira ólíkligu menniskjur hava fingið í lag her í hesum staði, vónandi, at tygara dýrdleiki vilja bøta um hetta. Sakin er tann, at krambamenninir her í staðnum hvørki smæðast ella ræðast offentliga at selja og frambjóða heilar rúgvur av einum slagi av klæði, sum teir lata veva av Castor, ja tora enn meira hava ta óhoyrdu frekheit, at teir harav lata gera hosur, tó at øll vita, at bevarahár einans hoyra okkara handverki til, av hvørju grund vit neyðar hattamakarar ikki við peningi kunnu uppviga tey til okkara handverks viðhald neyðsyntu hár, so fólk tessvegna koma í slíkan vana, at fá nú longur vilja geva 10 til 20 ríksdálar fyri ein hatt, okkara handverki til óbøtandi skaða upp á umdømi og inntøku. Um nú mín harri borgarmeistari vildi verið so góður at hugsa um eftirfylgjandi 24 umráðandi orsakir og raisons12, eftir hvørjum vit hattamakarar halda okkum einsamallar hava rætt til at arbeiða castor, nevniliga (1), at tað úr fornøldini hevur verið almanna skikkur og landasiður, ikki einans her, men um alla verøldina, at ganga undir castorhattum, hvat ið við so mongum tiltøkum úr søguni eins væl og av harum førdum tingvitnum kann prógvast.   1. Úr søguni …                 

Bremenfeld.  
Loyp um søguna.

Heindrikur.
Av tingvitnum, at Adrian Nielsson, fyltur 79 ár, heldur seg minnast, at langabbi faðirs hansara hevur sagt …       

Bremenfeld.
Loyp eisini um tað, ið hann hevur sagt.

Heindrikur.
(2). At tað er eitt ómetuligt óhógvsemi at nýta so dýr hár til hosur og klæði, hvat ið eisini stríðir ímóti øllum góðum sømdum og siðum, serliga tá ið higar verða førd so mong dýrmett og fín klæði úr Onglandi, Frakkaríki og Hálandi, at fólk væl kundu havt nóg mikið í teimum, uttan at skaða einum manni í hansara vinnuvegi                 

Hermann von Bremenfeld.
Hatta er nóg mikið, Heindrikur! Eg skilji, at formaðurin hevur rætt.

Heindrikur.
Men eg havi hoyrt, at eitt yvirvald altíð má hoyra báðar partar, áðrenn tað sigur dóm, skal eg tí ikki eisini lesa svarið hjá teimum?

Bremenfeld.
Íðan ger tað so.

(Hann fær honum fylgjandi mótmæli).

(Heindrikur).
Háborni excellentz,
hátt mentaði og hægst politiski
harri borgarmeistari!

 

Eins hátt og tygara vitska stígur yvir annara, eins hátt fór mín gleði yvir annara, nú eg havi frætt, at tygum eru vorðin borgarmeistari; men tað, eg komi um, er tað, at hattamakararnir eru mær at skaða og vilja ikki, at eg má selja klæði og hosur av castor.  Eg dugi so væl at fata, hvat teir vilja, teir vilja hava handilin við castor einsamallir, og at castor ikki skal verða nýtt til annað enn til hatta, men teir hava einki skil á tí. Tað er býttisligt at hava ein castorhatt; tú gongur við honum undir arminum, og hann hvørki hitar ellar ger gagn, ein stráhattur var eins góður. Castorhosur og klæði eru harafturímóti bæði heit og mjúk, og hevði bert harri borgarmeistarin roynt tað, sum onkuntíð kundi borið á, skuldu tygum sjálvur viðgingið, at …             

Bremenfeld.
Tegi, hatta er nóg mikið; hesin hevur jú rætt eisini.

Heindrikur.
Men eg veit, teir kunnu ikki hava rætt báðir.

Bremenfeld.
Hvør hevur so rætt?

Heindrikur.
Tað mugu Várharra og borgarmeistarin vita.

Borgarmeistarin (reisir seg og fer at vála aftur og fram):
Hetta er nakað forbannað tvætl. Heindrikur! Kanst títt býtta beist ikki siga mær, hvør ið hevur rætt? Hví skal eg geva einum slíkum hundi kost og løn? (So hoyrist gangur uttari í forstovuni, og hann spyr): Hvat er hatta fyri óljóð uttari í forstovuni?

Heindrikur.
Báðir borgararnir eru brostnir saman at berjast.

Bremenfeld.
Far uttar og bið teir hava virðing fyri borgarmeistarans húsi.

Heindrikur.
Tað er best, teir berjast, harri, so verða teir kanska tess skjótari góðir vinir aftur. Dýradoyð, eg hugsi, teir vilja bróta inn; hoyr, sum teir duka á hurðina.

(Hermann von Bremenfeld krýpur undir borðið og fjalir seg).

Heindrikur.
Hvør bankar?

Ein lakeiur.
Eg eri frá einum fremmandum residenti13; harri mín hevur nakað neyðsynt at tala við borgarmeistaran.

Heindrikur.
Hvar dekan fór borgarmeistarin? Mundi fjandin taka borgarmeistaran? Harri borgarmeistari!

Borgarmeistarin (undir borðinum, heilt spakuliga):
Heindrikur! hvør var tað?

Heindrikur.
Ein fremmandur presidentur vil tala við harran.

Bremenfeld.
Bið hann koma aftur um ein hálvan tíma og sig, at her eru tveir hattamakarar hjá mær, ið eg má ekspedera. Heindrikur! bið eisini borgararnar fara heim til í morgin. Áh, Gud hjálpi mær arma manni, eg eri so forstýraður í høvdinum, at eg veit ikki sjálvur, hvat eg sigi ella geri. Kanst tú ikki hjálpa mær eitt sindur til rættis, Heindrikur?

Heindrikur.
Eg veit ikki betur ráð fyri harra borgarmeistaran, enn at tygum heingja tygum upp.

Bremenfeld.   
Far innar og fá mær hin politiska stockfiskin, ið liggur á borðinum í dagligstovuni, tað er ein týsk bók í hvítari permu; kanska eg har kann finna, hvussu eg skal taka ímóti fremmandum presidentum.

Heindrikur.
Vil borgarmeistarin hava sinopp og smør aftur við?

Bremenfeld.
Nei, tað er ein bók í hvítari permu.

(Meðan Heindrikur er úti, gongur borgarmeistarin og skræðir uttan at vita tað hattamakarans pappír sundur).

Heindrikur.
Her er bókin. Men hvat er tað, harrin skræðir sundur. Hatta er so sanniliga formansins klaga.

Bremenfeld.
Á, eg gjørdi tað uttan at vita av tí. (Hann tekur bókina og tveitir hana á gólvið). Eg hugsi, Heindrikur, at tað besta fyri meg er, at eg heingi meg eftir tínum ráðum.

Heindrikur.
Hei, nú bankar aftur. (Fer uttar, men kemur grátandi inn aftur). Áh, harri borgarmeistari, hjálp, harri borgarmeistari!

Bremenfeld.  
Hvat bilar nú?

Heindrikur.
Har er ein heilur flokkur av skipsmonnum fyri durunum, ið rópar: Fáa vit ikki okkara rætt, so skulu vit bróta øll borgarmeistarans vindeygu. Ein teirra sló meg á bakið við einum steini, au, au, au.

Borgarmeistarin (grulvar aftur undir borðið).
Heindrikur! bið borgarmeistarafrúnna koma uttar at tala teir til rættis; kanska hava teir virðing fyri konufólkinum.

Heindrikur.
Jú, jú, halda tygum, at skipsmenn lata seg siga av konufólki; kemur hon uttar, so neyðtaka teir hana kanska, og hitt seinra verður verri enn hitt fyrra.

Bremenfeld.
Ei, hon er jú ein gomul kona.

Heindrikur.
Skipsmenn eru ikki so vandnir, eg vágaði ikki konu mína upp á tað sama. Nú bankar uppaftur; skal eg lata upp?

Bremenfeld.
Nei, eg stúri fyri, at tað eru skipsmenninir. Áh, gævi eg var í grøvini. Heindrikur! far yvir at durunum og vita, hvør hatta er.

Heindrikur.
Hygg, teir fara dýradoyð beint inn, hatta eru tveir ráðharrar.

 

Scen. 4.

Ábrahams. Sanderus. Hermann. Heindrikur.

Ábrahams.
Er borgarmeistarin ikki inni?

Heindrikur.
Jú, eg hugsi, hann situr undir borðinum.

Sanderus.
Hvat? sita tygum undir borðinum, harri borgarmeistari?

Hermann von Bremenfeld.
Áh, góðu harrar! eg havi jú aldri søkt um at verða borgarmeistari; hví hava tit komið mær í hesa ólukku?

Ábrahams.
Tygum hava jú einaferð tikið við tí; komið nú fram, harri borgarmeistari! Vit eru higar komnir fyri at vísa tygum á, hvat skeivt tygum hava gjørt ímóti hinum fremmanda ministara, ið tygum so háðandi hava víst burtur, av hvørjari orsøk staðurin kann koma í vanda. Vit hugsaðu, at harri borgarmeistarin hevði betri skil á jus publicum og ceremonialium14.

Bremenfeld.
Áh, góðu harrar! Tit kunnu jú seta meg frá, so sleppi eg undan hesi byrðu, ið eg eri ov veikur at bera, og hin fremmandi ministari fær so samtíðis satisfactión15.

Sanderus.
Tað veri so langt frá, at vit skulu seta tygum frá, harri borgarmeistari! Tygum mega í stundini fylgja okkum í ráðhúsið fyri at ráðleggja við syndico, hvussu kann verða bøtt um henda skaða.

Borgarmeistarin.
Eg fari ikki í ráðhúsið, um tit so draga meg eftir hárunum. Eg vil ikki vera borgarmeistari, eg havi ikki søkt um at verða tað; heldur mega tit avlíva meg. Eg eri kannustoypari við Gud og heiður, eg vil doyggja sum kannustoypari.

Sanderus.
Vilja tygum meðni halda alt ráðið fyri spott? Hoyrið monfrere16! tók hann ikki við borgarmeistaraembætinum?

Ábrahams.
Víst so, og tað hava vit jú eisini longu borið boð um.

Sanderus.
Tað eru væl ráð fyri tí; alt ráðið letur seg ikki soleiðis speireka.

 

Scen. 5.

Hermann. Heindrikur.

Hermann von Bremenfeld.  
Heindrikur!

Heindrikur.
Harri borgarmeistari!

Hermann.
Hvat heldur tú væl hasir ráðharrarnir fara at gera við meg?

Heindrikur.
Eg veit tað ikki, harri! Teir vóru reiðuliga illir, so mikið sá eg; eg ógvaðist við, at teir tordu brúka so ringan munn í borgarmeistarans stovu. Hevði eg verið borgarmeistari, eg hevði so sanniliga sagt teimum í nýtum orðum: Haldið gákin til á tykkum, tykkara vittuggi! Tit skulu taka fingurin í gólvið og lutta, hvørjum húsi tit eru í.

Hermann.
Gævi tú vart borgarmeistari, Heindrikur! Gævi tú vart borgarmeistari, áh, áh, áh!

Heindrikur.
Um tað mátti verið mær loyvt at koma inn upp á harrans forrætningar, so vildi eg fegin biðið um eitt. Nevniliga, at eg má hava loyvi at rópa meg von Heindrikur hereftirdags.

Hermann.
Óreinsettur! eru tað nú stundir at koma við slíkum tvætli, nú tú sært, at eg eri girdur í einans vanlukku og trupulleika?

Heindrikur.
Eg gjørdi tað parrol17 ikki av erpni, men einans fyri at verða eitt sindur virdur her í húsi av hinum húskinum, serliga av Anneku, ið        …

Hermann.
Um tú ikki heldur munnin til á tær, skal eg sláa tær høvdið av knóranum. Heindrikur!

Heindrikur.  
Ja, harri borgarmeistari.

Hermann.  
Kanst tú ikki hjálpa mær eitt sindur til rættis, tín býtti hundur?   Hygg har, greið hetta fyri meg, annars skal tað verða tær ilt burturúr.

Heindrikur.  
Tað er heldur løgið, at harrin vil krevja slíkt av mær, hann ið er ein so vitur maður og einans fyri sín klókskap er vorðin valdur til hetta høga embæti.

Hermann.
Vilt tú halda meg fyri spott afturat? (Tekur stólin og vil sláa hann. Heindrikur rennur uttar).

 

Scen. 6.

Hermann von Bremenfeld (einsamallur).

(Setur seg við hond undir kinn og hugsar leingi. Loypur á føtur í ræðslu og sigur):

Bankaði tað ikki? (fer sníkjandi yvir at hurðini, men sær ongan. Setur seg aftur at hugsa, fer at gráta og turkar sær eyguni við pappírunum, so loypur hann á føtur eins og í øði og rópar) Upp í ein leyp av pappíri frá syndicus! Formaðurin fyri hattamakarunum! Formansins mótpartur! Klaga í 20 greinum! Atsókn frá skipsmonnum! Fremmandur presidentur! Atsókn av ráðnum! Hóttan! Man her einki reip vera fyri hond? Eg haldi meg minnast, at har var eitt reip aftur undir ovninum. (Tekur reipið og ger tað til.) Tað er mær spáað, at eg skal hækkast við mínum politiska studium. Tann spádómur verður sannur, um reipið annars fer at halda. Lat so ráðið koma við teirra hóttan, eg blási eftir teimum, tá ið eg eri deyður.   Eitt vildi eg kortini ynskt, nevniliga at síggja author til hin politiska stockfiskin hanga undir liðini á mær við 16 státskabinettum og politiskum nachtiskum um hálsin (tekur bókina av borðinum og pettar hana sundur.) Tín karnallia skal aldri meira forlokka nakran ærligan kannustoypara. So, hatta var kortini ein lítil troyst, áðrenn eg doyggi. Nú má eg finna mær ein seym at heingja meg á. Tað verður sjáldsama merkiligt at siga, tá ið eg eri deyður: Hvør borgarmeistari í Hamborg var meiri árvakin enn Hermann von Bremenfeld, sum í allari sínari borgarmeistaratíð onga løtu svav?

 

Scen. 7.

Antonius.   Hermann.

Antonius.
Hei! hei! hvat dekan er tað tygum havast at?

Hermann.
Eg ætli ikki at havast at nøkrum og fyri at sleppa undan at havast at nøkrum, vil eg heingja meg. Um tygum vilja fara í felag við meg, skal tað vera mær ein fragd.

Antonius.
Nei, so sanniliga vil eg ikki; men hvat fær tygum til slíka ólukkuliga gerð?

Hermann.
Hoyr Antoni! tygum skulu nú ikki bera hetta víðari. Eg skal heingjast; verður tað ikki í dag, so verður tað í morgin. Eg vil bert, áðrenn eg doyggi, biðja tygum bera mína virðiligu heilsu til borgarmeistarafrúnna og frøknina og siga teimum at gera mær hesa gravskrift:

Steðga ferðamaður!
Her   hongur  borgarmeistari
von Bremenfeld,
sum í allari teirri tíð, hann var
borgarmeistari, onga løtu svav.
Far tú og ger á sama hátt.

Tygum vita kanska ikki, kæri Antoni! at eg eri vorðin borgarmeistari, at eg havi fingið eitt embæti, harí eg veit hvørki, hvat ið er hvítt ella svart, og til hvørs eg finni meg heilt ódugandi; tí eg havi merkt av tí hópi av mótgongd, ið eg longu havi havt, at tað er stórur munur á at vera yvirvald og brúka seg um yvirvaldið.

Antonius.
Ha, ha, ha, ha, ha, ha!

Hermann.
Læið ikki at mær, Antoni. Tað er synd av tygum.

Antonius.
Ha, ha, ha! Nú veit eg, hvussu vorðið er: Eg var nýliga á einum vertshúsi, har fólk vóru um at doyggja av látri yvir eina komediu, tey hava spælt við Hermann von Bremen, við tað at nakrir ungir dreingir hava stellað fyri honum, at hann var vorðin borgarmeistari fyri at síggja, hvussu hann fór at duga at bera seg í slíkum embæti. Tað gjørdi mær hjartaliga ilt, tá ið eg hoyrdi hetta, og tessvegna fór eg beinanvegin higar at vara tygum.

Hermann.
Eri eg so ikki borgarmeistari meðni?

Antonius.
Nei, tað er stellað alt saman um at venja tygum frá tygara ørskapi at møsna um slík mál, sum tygum ikki hava skil á.

Hcrmann.
Og er tað heldur ikki satt um hin fremmanda presidentin?

Antonius.  
Nei, nei.

Hermann.
Heldur ikki um formannin fyri hattamakarunum?

Antonius.
Tað er alt pentað saman.

Hermann.
Heldur ikki um skipsmenninar?

Antonius.
Nei, nei.

Hermann.
So skuldi fjandin hongt seg. Geska! Engelka! Pætur! Heindrikur! komið inn øll somul.

 

Scen. 8.

Hermann. Antonius. Geska. Engelka. Pætur. Heindrikur.

Hermann.
Góða kona, far til títt arbeiði aftur; okkara borgarmeistaratíð er at enda.

Geska.
At enda?

Hermann.
Ja, ja, hon er at enda; nakrir skálkar hava tikið seg saman at halda okkum fyri spott.

Geska.
Halda okkum fyri spott? So skal teimum verða ilt burturúr, ið hava hildið okkum fyri spott, og tær við.

(Hon slær hann undir vangan, Hermann bankar hana, so tað munar).

Geska.
Á, góðasti maður, slá meg ikki meira. Á góðasti maður, gev uppat.

Hermann.
Tú mást vita, konan, at eg eri ikki politicus longur, og tessvegna ikki longur telji upp í tjúgu, tá ið eg fái undir vangan. Eg ætli at liva annarleiðis hereftir, blaka bøkur mínar í eldin og einans ansa mínum handverki hereftir. Eg vari tykkum eisini eina ferð med alla, at um eg síggi nakran av tykkum lesa í einari politiskari bók ella bera mær nakra inn í húsið, so skal hann fáa við meg at gera.

Heindrikur.
Fyri mín part er eingin vandi fyri tí, harri borgarmeistari! tí eg dugi hvørki at lesa ella skriva.

Hermann.
Lat tú bert hitt fyrsta stavilsi burturúr og rópa meg slætt og rætt meistari sum áður; tí eg eri kannustoypari og vil doyggja sum kannustoypari. Hoyrið monsiur Antoni!  eg veit, at tygum eru góður við dóttur mína. Mín gamli býttleiki hevur forðað tykkara kærleika. Nú hava tygum ja bæði frá faðir hennara og móður hennara, so um tygum hava sama sinni og hug, er alt, ið forðar, burtur.

Antonius.
Ja, eg hugsi enn sum áður og biði um hana til konu.

Hermann.
Sigur tú eisini ja til tess, Geska?

Heindrikur.
Áh, tað er ikki at spyrja eftir; borgarmeistarafrúin hevur altíð verið fyri hasum hjúnabandi.

Geska.
Halt munnin til á tær, býttlingur! eg man duga at svara fyri meg. Eg havi givið teimum mítt ja fyri trimum árum síðani, góðasti.

Hermann.
Eg vil ikki spyrja teg, Engelka, tí eg veit, at tú ert so óð eftir honum sum ein rotta eftir osti, er ikki so?

Heindrikur.
Svara frøkun!

Hermann.
Um eg visti, at tú segði hetta av óndskapi, skuldi eg so smurt teg av.

Heindrikur.
Nei, so sanniliga geri eg ikki, meistari! men tað er ikki lætt at vinda vanan burtur av sær.

Hermann.
Gevið so tit bæði hvørjum øðrum hendur. So nú er tað gott; í morgin gera vit brúdleyp. Heindrikur!

Heindrikur.
Harri borgarmeistari! orsakið meg, ja, meistarin!

Hermann.
Tú skalt brenna mær allar mínar politisku bøkur; tí eg vil ikki longur síggja fyri eygum tað, ið hevur komið mær í slíkan ørvitisskap.  

(Til ákoðararnar)

Vit gera rætti lívið svárt,
ei um hans heiður nøra,
eitt er at seta út í kort,
men annað skip at føra.
Av bók um politikk tú teg
kanst læra mangt at kanna,
men leiða land á rættan veg,
til tað krevst meir og annað.

Av tí í dag mær fyri var,
skal handverksmaður vita,
at ikki hvør, sum rættin slær,
í rættinum kann sita.
Tí, tá ið kannusmiður til
borgharra vil seg hevja,
er sum tá borgarharri vil,
í kannusmíði vevja.

 

Orðafrágreiðingar til 5. part:

1. principálar = teir, hvørs sakir vit føra
2. Eingin eigur at gera seg ríkan til skaða fyri annan mann
3. tí ið beint og natúrligt er
4. Institutiones (ein lærubók um rættarmál) onnur bók, fyrsta deild: Um uppskolað land
5. tað, sum ein á skolar aftur at tíni jørð, tað eigur eftir fólkarættinum tú
6. Við uppskolan verður ætlingarvís tað afturatlagt, sum so við og við verður lagt afturat á slíkan hátt, at eingin kann síggja, hvussu mikið verður lagt afturat á hvørjari løtu
7. Um streymurin skræddi nakað frá jørð tínari …
8. Hugo Grotius = hálendskur lógkønur maður í 17. øld, hoyrdi til eina reformerta sekt, ið róptust Arminianarar eftir manninum, ið hevði stovnað hana; hevur altso einki við Armeniu at gera
9 Í hinum hamborgska býráði vóru 4 borgarmeistarar, 24 ráðharrar og 4 syndici (fleirtal av syndicus); teir seinastu høvdu m. a. alt uttanríkis undir sær.
10 conceptir = skil
11 kontrapartur = mótpartur
12 raison = grund, orsøk
13 residenti = sendimanni, gesandt
14 jus publicum og ceremonialium = fólkarætti og landasiði
15 satisfactión = uppreisn
16 monfrere = bróðir
17 parrol = so sanniliga

 

To top

Viðmerkingar

Í Føroya-lýsing síni frá 1781-82 greiðir Jens Christian Svabo frá, at

“Paa Thorshavn giver man i de sildige Aar ej saa sjælden smaa Baller, ja for kort siden have de unge, som havde været i Kjøbenhavn, der spillet 2 komædier, neml. Studenstrup og Herman von Bremenfeldt. Aktion, Musik, Decorationer og andre Anstalter, skulle efter det Steds bedste Skønnere have langt overgaaet Formodning.”

Leikurin, ið her verður nevndur “Studenstrup”, er leikur Holbergs "Den ellefte Junii", sum er skrivaður í 1723. Studenstrup er eitt neyðardýr úr Thy, sum kemur til Keypmannahavnar, sum lesast kann um í donskum uppslagsverki:

”Studenstrup var en af de mange velstående provinsboere, der kom til København på terminsdagen i juni for at inddrive renter, gøre forretninger eller investere deres penge. Stakkels Studenstrup endte med at “købe” byens rådhus, der dengang lå på Gammeltorv. Han måtte forlade hovedstaden plukket for alt, selv sølvknapperne i sin pæne vest. En skæbne han kom til at dele med mange udenbys terminsgæster, der faldt i kløerne på kvarterets “bondefangere”.”

Hin leikurin, ið verður nevndur ”Herman von Bremenfeldt”, er júst ”Hin politiski kannustoyparin”, ið her verður prentaður í føroyskari týðing. Hetta er fyrsti leikur Holbergs, skrivaður í 1722. Rikard Long (1889-1977) týddi og sigur soleiðis um leikin  í útgávuni frá 1922 – júst tvey hundrað ár eftir, at leikurin var prentaður á donskum á fyrsta sinni:

Tá ið „Hin politiski kannustoypari" h. 26. septembir 1722 var spældur í tí fyrsta danska sjónleikahúsi (Den danske Skueplads í Grønnegade í Keypmannahavn), hevði danskur sjónleikur ikki verið sæddur so at siga síðani í miðaløld. Tað ið oftast beyðst fólki til skemtunnar og uppbyggingar, var annaðhvørt franskur sjónleikur, framførdur av fronskum sjónleikarum, ið Fríðrikur IV. kongur fyri tað sama hevði kallað til høvuðsstaðin, ella tað rama gigl, sterkir menn og annað, ið einki hevði við sjónleik at gera.

Í januar 1722 varð bygt sjónleikahús í Keypmannahavn, og var ætlanin har at framføra sjónleikir so ofta sum til bar. Fyrst varð ikki spælt annað enn franskir sjónleikir o. t., og illa mundi sjónleikahúsið standa seg. Fóru tá einstakir menn at hugsa um at framføra danskar sjónleikir, og hin 23. septembir 1722 var sum fyrsti leikur framførdur „Hin gírigi", ein sjónleikur eftir fransmanninum Moliere í danskari umseting, og nøkur fá kvøld seinni varð altso spældur „Hin politiski kannustoypari". Ludvig Holberg, ið var professari í søgu við universitetið í Keypmannahavn, men sum eisini var gitin fyri ymsar nóg so hvassar skemti- og spottuyrkingar (t. d. Peder Paars), vildi fegin hjálpa til at fáa danskan sjónleik á føtur, og skrivaði hann tað fyrsta árið heilar fimm sjónleikir, ið hann gav sjónleikarunum fyri einki. Í fimm ár varð spældur danskur sjónleikur í sjónleikahúsinum í Grønnegade. Í fyrstuni kom nógv fólk har av forvitni, men óvon sum tey vóru við slíkt, vóru mong firtin yvir mangt og hvat, ið Holberg framførdi, tí tey kendu seg ikki frían fyri tey brek, hann dró fram og spottaði. Í 1727 varð sjónleikahúsið afturlatið, og fyrst í 1748 varð tað upp aftur latið á Kongens Nytorv, og hevur har síðani verið framførdur sjónleikur á donskum máli til tann dag í dag. Holberg, ið enn livdi tá, skrivaði 6 sjónleikir aftrat, men eru teir ikki so góðir sum teir, hann skrivaði á yngri aldri.

Tað er ikki pláss her til eina greidliga umtalu av sjónleikum Holbergs. Í mongum er hann ávirkaður av Moliere og teim gomlu latínsku sjónleikayrkjarunum, men tað er tó yvirhøvur eyðkendur danskur dámur yvir sjónleikum hansara, í summum máliskum má tó merkjast, at hann var føddur í Noregi (í Bergen, í 1684). Mál hansara er ramligt, ofta tykist hann okkum í nútíðini væl so bersøgin, og fólk, ið hava lyndi til tað, ið fínligt er, vilja ofta halda hann vera ov grovan í orðum. Men soleiðis var talumálið tá á døgum manna millum, og Holberg skilti, at um hann skuldi kunna fremja tað, hann vildi: at upplýsa fólkið, læra tað at kenna brek síni, so tað kundi vinna av teimum, so mátti hann nýta tær máliskur, ið fólk yvirhøvur talaði, og goyma sínar bitru sannleikar millum skemt og láturleika. Og hevur hetta eydnast honum so væl, at enn á okkara døgum verða í sjónleikahúsinum á Kongens Nytorv hansara sjónleikir framførdir á hvørjum ári, og draga teir ikki færri áskoðarar til húsið enn nútíðarsjónleikir, ofta kanska fleiri. Tí teir bestu av sjónleikum Holbergs eru ævinliga ungir.

“Hin politiski kannustoypari” spottar yvir tað lyndi, ið tað óbúna menniskjað hevur til at fáast við alt slíkt, ið tað minst av øllum hevur skil uppá, og hevur hann har sum dømi tikið ein kannustoypara, ið saman við vinmonnum sínum møsnar um politikk uttan at hava hylling á tí, hann tosar um. So væl hevur Holberg dugað at orðfesta hesar menn og hugsunarhátt teirra, at enn 200 ár seinni er tað eins og vit hava teir gangandi okkara millum, við nærum teim somu orðum — hugsunarhátturin er í hvussu er óbroyttur.

Sum sjónleikayrkjari var Holberg ógvuliga skjótførur, ov skjótførur, so hann gav sær ikki stundir til gjølla at handfara tað, hann í skundi hevði skrivað, áðrenn tað varð prentað, tí er summa tíðir í sjónleikum hans mangt løgið, ið ikki skilst uttan av tí, at hann av fyrstan tíð hevur havt eina ætlan við, hvussu skuldi gangast í sjónleikinum, og so meðan hann hevur skrivað, hevur hann broytt tað, uttan at minnast til at broyta alt, ið harav er vorðið skilleyst. Soleiðis man hann í „Hinum politiska kannustoypara" av fyrstu tíð hava ætlað, at onnur aktin skuldi ganga fyri seg á einum vertshúsi, - og síðani hevur hann broytt tað til, at tað er heima hjá Hermann von Bremen sjálvum, at fundurin verður hildin; - á annan hátt er ikki gott at skilja, hví tríggjar ferðir „Verturin" tekur til orða í „collegium politicum". 

Um sjónleikurin verður spældur, má sumt av tí, „Verturin" eigur at siga, verða sagt av øðrum og sumt beinanvegin verða umlopið. Tó hetta er brek, ið einki hevur at týða móti tí góða lærdómi og frálíka stuttleika, ið sjónleikurin gevur tí lesara ella áskoðara, ið møtir við sunnum sansum og gløggum eygum.

Um týðingina sigur Rikard Long í formælinum, sum er undirskrivað 26. apríl 1922:

“Henda útgáva er umsett eftir tekst dansklærarafelagsins í Keypmannahavn, og eru teir flestu av teim upplýsingum, ið prentaðir eru niðast á blaðsíðunum, eisini tiknir haðani.

Ørindið  hevur Hans A. Djurhuus umsett á føroyskum máli.”

Sum nevnt hevur leikurin verður spældur í Havn nakað fyri 1780. Seinni hevur hann aftur verið á palli í seinnu helvt av 19. øld. Í 1918 verður hann  framførdur á føroyskum á fyrsta sinni – hetta er í Havn um ólavsøkumundið.

Í “Tingakrossi” nr. 30 frá 24. juli 1918 stendur henda lýsing:

Fríggjakvøldið 26/7 kl. 7
Leygarkvøldið 27/7 kl. 8
Sunnukvøldið 28/7 kl. 8.30 &
Mánakvøldið (ólavsøkudag) kl. 7
verður spældur í Klubteatrinum í Havn

Hin politiski kannustoyparin
eftir Holberg.

Atgongukort (bilettir) á 75 oyru, standipláss 125 og 150 situpláss fáast
í H.N. Jacobsens bókhandli hesar somu dagar frá kl. 12 miðdegi.
Billettirnar kunnu eisini bíleggjast frammanundan fyri lægri prís.

Til generalprøvan fyri børn, sum verður mikukvøldið kl. 7,
eru atgongukort at fáa í dag fyri 25 oyru.

Í sama blaði stendur hesin tíðindastubbin, nevndur “FØROYSK KOMEDIA”:

“Eins og Ludvig Holberg sáli í árinum 1747 byrjaði sín “danske Skueplads” við “Den Politiske Kandestøber” byrjar Havnar Sjónleikarfelag sítt yrki við hesum sama tiltikna sjónleiki í føroyskari umseting. Hitt farna og fremmanda í tí gomlu “comoediuni” fær alt ein meira heimligan dám av at vera framført á okkara egna máli. Tað er Rikard Long, cand. phil., ið týtt hevur.

Tá ið “Kannustoyparin” kom fram av fyrstan tíð, var hann lítið umtóktur “av tí frægara slagnum”, eina mest tí at hitt danska málið – móðurmálið! – var hildið at vera so “simpult”; tey spældu tá einans týskar og franskar sjónleikir í Keypmannahavn. Henda vanvirðing fyri móðurmálinum er tíbetur ikki til yvirhøvur í Føroyum nú á døgum, og fólk fer nú fult so fegið at síggja føroyska komediu sum nakra aðra.”

31. juli 1918 skrivar “Tingakrossur” (nr. 31), at ólavsøkan var nakað tom, av tí at spanska sjúka gekk so ring, men so nevnir blaðið kappróðurin og sjónleikin:

 

“Havnarmenn og havnarkvinnur komu fyrst á mál. Hjá nólsoyingum brotnaði ein bekkur, og nólsoyargentur vóru bara eina bátslongd aftaná.

Til sjónleikin “Hin politiski kannustoyparin” var stúgvandi fult av fólki, ið stuttleikaði sær av tí allarbesta.”

Týðingin er prentað í “Tingakrossi” nr. 26-52, 1921 og nr. 2-7, 1922 og kom út í bók, sum felagið Varðin gav út í 1922. Eftir hetta er leikurin spældur í Havn í 1928 og 1933, í Kvívík í 1932, í Gøtu í 1928, 1946 og 1989 og í Vestmanna í 1966.

Ørindið, sum verður borið fram at enda, kann verða býtt sundur í fýra, og tá kann niðurlagið “Her er tað land, sum mær hóvar” verða nýtt. Hetta er vísulag: “Sår er min hånd af den brynje” sí “Løg til Songbók Føroya fólks”, 2003, nr. 360. Í upprunaleikinum verður verður ørindið ikki sungið.

Rikard Long, sum týddi henda leikin, var føddur í Havn í 1889 og doyði í 1977. Hann var valdur á løgting fyri Fólkaflokkin árini 1943-1958; var landsstýrismaður 1950-1954. Hann var lærari í Føroya Millum- og realskúla og Læraraskúlanum 1921-54 og stjórnaði mentanartíðarritinum Varðanum frá 1921 til 1931 og aftur frá 1935 til 1950.

Henda greinin er prentað í “Varðanum” 15. bindi í 1935.

LUDVIG HOLBERG

23. desember 1684 — 28. januar 1754.

Hann var føddur í Bergen. Faðir hansara var herovasti, ið hevði vunnið sær fram úr trongum korum, Christen Nielssen æt hann; navnið Holberg hevði hann tikið sær — eins og siður enn er í Noregi — eftir ættargarðinum norðuri við Niðarós. Hann hevði ferðast víða, hesin Christen Nielssen, hevði verið í maltesiskari og venetianskari hertænastu, og sonurin arvaði ferðarhug hansara. Eisini uppvøksturin í Bergen, hesum gróðrarríka handilsstað, sum Hanseatarnir løgdu ein útlendskan dám yvir, og sum var gluggin, ið Noreg hevði opnan út í heimin, mátti birta í honum hug til at leita burtur, til at gera seg kunnigan við annara landa siðir og hugsunarhátt.

Sum barn var hann vakstrarlítil og heilsuveikur og kom tí ikki í hertænastu eins og faðirin, men varð settur í skúla, fyrst í hin týska skúlan í Bergen, síðan í latínskúlan, haðani hann 1702 fór til Keypmannahavnar til universitetið. Ráðini vóru lítil, og hann noyddist brátt heim aftur at gerast húslærari, men fór aftur til Keypmannahavnar 1703 og tók so eftir einum tveimum árum bæði filosofiskt og teologiskt prógv, men gav sær meiri far um franskt og italiskt mál enn um høvuðs-lærigreinir sínar. So fór hann aftur til Noregs, gjørdist aftur húslærari, og tá ið hann hevði spart sær saman 60 dálar, fór hann av landinum við einum hálendskum skipara, nítjan ára gamal, og var burtur aftur í árið.

Tríggjar ferðir ger hann nú av landinum við stuttari tíð millum ferðirnar og er tilsamans burturi í hálvtsætta ár. Hann ger ikki hesar ferðir, tí hann eigur pening til tess — hann ferðast á tann hátt, at hann biddar sær ein bita av og á eins og teir ferðandi handverkssveinarnir, hann syngur fyri durunum ella gevur kenslu í violinleiki ella málum — svangligt man oftast hava verið hjá honum — men hann ferðast víða — sær bæði Háland, Ongland, Týskland, Frakland og Italiu, ger seg kunnan við fólk og fremmandar siðir og ikki minst við fremmandar bøkur. Allastaðni sum hann kemur, vitjar hann dúgliga bókasøvnini og lesur helst tær nýggjastu bøkurnar, tær ið bera fram upplýsingarhugsanina, sum tá fór sína sigursgongd um Ongland og Frakland. Í Danmørk og Noregi var hugsunarlívið stirðnað í lutheriskari ortodoxi og bundið í pátrúgv og vanafestu. Holberg tók hesa nýggju hugsan til sín av opnum huga og vendi heim við tí føstu ætlan at vekja Norðanfólkið upp úr tí blundi, sum tað andiliga var rurað í.

Hann búsetti seg í Keypmannahavn og gjørdi har lidna fyrstu bók sína, sum hann var farin undir at skriva í Oxford: „Introduktion til de nordiske Rigers Historie", tann fyrsta veraldarsøga á donskum máli. Hann sendi kongi hana, og kongur takkaði við at útnevna hann til „professor: extra-ordinarius", t. v. s. hann fekk rætt til at fáa professaraembæti, tá ið einhvør professari fór frá. Men samtíðis misti hann peningastyrk, ið hann hevði havt sum studerandi, so hann hevði meiri tap enn vinning av hesari útnevnan. 1717 gjørdist hann professari í metafysikk, einari lærigrein, sum hann vanvirdi og helt vera tann reina ørvitisskap, og tað má hava verið honum tungt fyri lívsins uppihald — at noyðast at kenna í hesari lærigrein, til hann 1720 gjørdist „professor eloquentiæ" (t. v. s. professari í latínskum bókmentum). Ikki fyrr enn í 1730 slapp hann at kenna í tí lærigrein, hann hevði búgvið seg mest til: søgu.

Hann man hava flent dúgliga at sær sjálvum sum tann, ið  skuldi  kenna  studentunum ørvitisvitskapin metafysikk, hann man eisini hava stuttleikað sær yvir teir spronglærdu álvarsmenninar, ið vóru starvsbrøður hansara á universitetinum, stuttleikað sær fyrst, til tann tómleiki og sjálvgøðska, tað heilastirvni og trongskygni, sum sermerkti kensluna har, gekk honum so nær, at hann mátti rista alt hetta av sær við spottandi látri.

Skaldskap hevði hann ikki fingist við. Men nú hann var vorðin professari í latínskum bókmentum, fór hann at umseta Juvenals sætta spottkvæði, sum hann gevur til yvirskrift: „Poeten raader sin gamle Ven, Jens Larsen, fra at gifte sig." Henda lítla umseting elvir honum til sjálvur at royna seg, og hann yrkir tað fyrsta stóra danska spottkvæði, sítt fyrsta bragd, skemtikvæðið Peder Paars.

Her verða teir ikki spardir, allir teir innantómu, teir uppblástu, teir kúgandi og kávandi, prestar, hermenn og dómarar, fákunnir borgarar, bøndur og fiskimenn og ikki minst teir lærdu harrarnir, her berjir hann býttleikan og fákunnuna hjá høgum og lágum. Fólk flest skiltu væl ikki annað enn tað, sum var at flenna at í kvæðinum — ta álvarsomu ætlan, ið lá aftur undir orðunum, var tíðin ikki búgvin til, men øll fingu nóg mikið um at vera við at gita, hvønn Holberg mundi hava sipað til við hasum og hesum. Hetta kvæði elvdi honum nógvar óvinir og gjørdi hann varnari í framtíðini.

Tvey ár eftir, at Peder Paars var komin upp á prent, varð stovnað danskt sjónleikahús í Keypmannahavn (1722). Fyri ta tíð hevði eingin sjónleikur verið har uttan franskur sjónleikur og so tað reina gykl, ið varð framført á keypslustevnunum. Nú skuldi verða roynt at framføra danskan sjónleik, og Holberg segði seg ikki undan at hjálpa. Eitt av teimum fyrstu kvøldunum varð leiktur „Hin politiski kannusmiðurin", og sama árið skrivaði Holberg fýra aðrar sjónleikir, sum hann ókeypis læt sjónleikararnar fáa: Vingluskølturin, Jean de France, Jeppi á Fjallinum og Gert Westphalari. Í fyrstuni drógu sjónleikirnir almikið fólk til húsa, men so fór brátt at minka, og 1727 máttu sjónleikararnir gevast vegna peningatrot, og sjónleikahúsið  varð afturlatið.

Tað var nú ikki Holberg, sum hevði svikið, tvørturímóti. Tað er almikið at undrast á, at hann, sum var bundin í øðrum starvi, skuldi kunna fáa stundir til tað óføra verkið, hann gjørdi fyri danskan sjónleik: innan 1727 vóru flestallir sjónleikir hansara framførdir á leikpall, í trý ár skrivaði hann 20 sjónleikir. Hetta hevur hann kunnað gjørt, ikki bert tí hann hevði óføran hug, men eisini tí hann átti framúr gávur.

Nú eru ikki allir sjónleikir hans eins góðir, sum vera man, tá ið rúgvan er so stór og gjørd í knappari vend — grindarverkið tók hann oftast frá øðrum, Plautusi ella Terents ella úr týskum søgum, hann var ikki bangin fyri at læna bæði handling og einstakar tilburðir aðrastaðni, men búnin var hansara sjálvs. Tað er ein so ektaður dansk-norskur dámur yvir sjónleikum hansara, so mikil darrandi eldhugur, so nógv reinskandi pipar og salt í hansara ótroyttiligu starvan fyri at búgva fólkið við at fáa tað at flenna at egnum óvitisskapi, at hann við øllum sínum læntu kostum má teljast millum upprunaligastu og mest sermerktu skald.

Bert fimm ár eydnaðist tað at halda tí danska sjónleikahúsinum uppi á fyrsta sinni. Tíðin var ikki búgvin til Holbergs sjónleikir, teir, ið seinni í Danmørk og Noregi hava gjørst so almenn ogn sum at kalla eingin annar skaldskapur. Men Holberg vildi ikki bert stuttleika fólki, hann vildi fram um alt siðbøta tað, sjónleikir hansara vóru ætlaðir tjóðini til heilsubótar — teir eru at meta javnt við lekjandi dropar og pillarar, men ikki av tí beiska slagnum, tvørturímóti. Tað má hava verið við tungum hjarta, at Holberg mátti lúka starv sítt sum sjónleikaskald, við tað at fólkið ikki tá fataði, hvat dýrmettar gripir hann gav tí — tað skuldi fyrst koma seinni. Men hann var við til síðstu løtu, og við hansara á somu tíð skemtandi og sorgarblíða leiki: „Den danske Comoedies Liigbegiengelse" varð leikhúsið afturlatið.

So leggur pietisman í drúgvan tíma sítt stirðnandi farg á danskt andaligt lív — og tað er ikki hugsingur um at fara undir sjónleik aftur fyrr enn 1748 — tá varð byrjað av nýggjum. Og slíkan atdrátt átti Holberg at hesum skaldskapi, at hann á gamalsaldrinum setist aftur við sjónleikayrking — 6 sjónleikir skrivar hann, men teir kennast ov filosofiskir, teir eru sum bleik gamalsmansbørn móti teim kátu gavstrikkunum frá hansara manndómstíð.

Aftan á 1728 var tíðin ein onnur. Pietisman átti valdið, og skemt varð hildið at vera ósømiligt ella beinan vegin menniskjuni at skaða — tíðin var álvarsom út í odd og egg, og álvarsom eru eisini tey skrift, ið Holberg nú gevur út. Tí sjálvandi gavst hann ikki at skriva, til tess átti hann bæði ov miklan arbeiðishug og arbeiðisevni. At hugsa sær, at hann hesi árini, hann skrivaði allar fyrru sjónleikir sínar, eisini fekk stundir til at ferðast til útlanda — 1726 var hann í Hálandi og Fraklandi og var staddur í Paris eitt hálvt ár!

Tá ið hann kom heim aftur, gav hann út m. a.: ”Epistola ad virem perilustrem”, eina bók á latínskum máli, skrivað sum eitt bræv til ein høgan harra — í hesari bók greiðir Holberg frá lívi sínum. Tíggju ár seinni gevur hann út framhaldið, tvey onnur brøv við sama innihaldi.

Um somu tíð sum hin fyrsta epistilin gav Holberg út „Danmarks og Norges Beskrivelse", eina bók, sum varð væl fagnað, lætt og leikandi skrivað sum hon var og gevandi góða mynd av dagligum lívi í hesum londum. Nøkur ár seinni kom „Danmarks Riges Historie" í trimum bindum. Allar hesar bøkur bera prógv um Holbergs víða fatandi kunnleika og vitan — hann hevði altíð lisið nógv — men vitskapsmaður av tí rætta slagnum var hann ikki — nógv av tí, hann setir fram í hesi bók, verður nú hildið at vera skeivt, men hetta var fyrsta lættlesiliga søguliga kenslubók á donskum máli. Og nógv varð hon keypt og lisin.

1737 slapp Holberg frá at halda fyrilestrar á universitetinum, — tað arbeiðið hevði aldri átt hug hans — hann gjørdist nú universitetskvestor, t. v. s. roknskaparførari og peningaligur stjórnarmaður, og umframt at hann hevði bæði hug og gávur til hetta starv, fekk hann nú góðar stundir til at skriva. Nú kemur eisini ein bók fyri og onnur eftir frá honum, fyrst hin frálíka „Bergens Bys Beskrivelse", so „Almindelig Kirkehistorie" í tveimum pørtum. Hetta er eitt aðalverk, ið kann verða havt til fyridømi fyri alla kirkjusøguliga skriving, so frílynt bókin er og so væl hann ger rætt og skjal til ymsar síður.

Hann gevur út „Berømmelige Mænds og Heltes sammenlignende Historier" og „Heltinders og navnkundige Damers sammenlignende Historier" umframt fleiri aðrar bøkur, harímillum tveir „Epistlar", sum áður nevnt. Nú tekur hann spottyrking sína upp av nýggjum — 1741 gevur hann út „Niels Klims ferð undir jørðini", skrivað av fyrstan tíð á latíni, men skjótt umsett til danskt.

Í hesi bók letur hann ein mann ferðast í ymsum merkiligum londum og greiða frá, hvat hann hoyrir og sær, og fær her høvi til at spotta mangt og hvat í tátíðar samfelagsviðurskiftum, sum hann hevði ikki torað at spotta beinleiðis. Sjálvandi vóru tað nógvir millum teir stýrandi, sum tóku inn at sær, og serliga teir pietistisku prestarnar vóru uppøstir, tí Holberg í trúarviðurskiftum mælir til at vera umburðarsamur og royna at fata tey, ið hugsa øðrvísi enn tú sjálvur, og ikki í staðin døma tey til heljar.

Seinni gevur hann út „Moralske Tanker", I—II, eina bók við nakað sama innihaldi, men tað gerst nú skilligt, at elli fer at koma á hann — væl hevur hann tikið við tí nýggja í tíðini, men er nú farin at firrast harðskap bæði í hugsan og orðum. Hann vil ikki kasta burtur tað, sum eitt ættarlið hevur tikið við frá teim frammanundan; hann vil ikki vísa trúnna frá sær, men vil, at menniskjan skal vinna fram til hennara við hugsan og ikki av kreddum og vanafestu.

Seinasta verk Holbergs eru „Epistlarnir", tilsamans 539, teir seinastu vórðu prentaðir eftir deyða hans. Her gevur hann sær far um tey somu evni, søgulig, politisk, religiøs, og hvat tað nú skal vera, eisini skemtilig evni, og eru teir skrivaðir ikki bert lættiligir at lesa, men vitfullir, stuttligir og við víða fevnandi  sjónarmiðum.  Ikki  minst  av teimum skilst, hvussu mikið franskar og enskar bókmentir hava havt at týða fyri Holberg, og hvat víðskyggin andi hann var.

Holberg var ógiftur. Sparin var hann og livdi sera einfalt og vann so við og við stórt ríkidømi. Neyvan nakar seinni rithøvundur í Danmørk hevur í samanburði við tíðina vunnið so miklan pening av bókum sínum sum hann. Peningin setti hann í jørð og gav alla ogn sína til Sorø lærda skúla, tá ið hesin skúli av nýggjum varð settur á stovn. Teir verða nógvir í tali, sum takkað verði honum gjøgnum hesi 200 árini á Sorø hava kunnað vunnið sær kunnleika og eru búnaðir til mentarmenn í danska samfelagnum. Eisini eru — og hava verið — nógvir føroyingar, sum kunna takka Holberg fyri at hava havt síns ungdóms bjørtu námstundir í so góðum búningarlíkindum, sum Sorø lærdi skúli býður.

Fyri samtíðina hevur Holberg óivað meira havt týdning við sínum vísindaligu skriftum enn við sínum sjónleikum. Øðrvísi sum tíðin leið. Tá vóru tað sjónleikirnir, sum fingu alt meira og meira at týða, og óivað er einki verk í donskum og norskum bókmentum, sum hevur sett sær spor so djúpt og so víða sum teir. Tað er væl ikki ov nógv sagt, at teir eru ein aðaltátturin í teim streingjum, sum nútíðar danskt lyndi er spunnið av.

Hann er stórt skald. Og kortini gevur hann ongar nýggjar myndir av mannalívsins aðalspurningum, hann heldur seg innan fyri sítt mark, men har er hann eisini meistari.

Hann tekur lívið skemtiliga. Í sjónleikum hansara yður av tápulingum og gabbarum, stuttligum fyllikíkum og átarum, hyklarum og pátrúnum fólki, giftingarfúsum gomlum gentum, knarrandi heilastirvnum pápum og ungdómi, sum vil stuttleika sær. Lívsins álvarsomu síður manar hann ikki fram. Deyði kemur ikki fyri í sjónleikum hansara, ei heldur stórar ólukkur, herjandi sjúka ella nívandi sorg, har birtast ikki djúpar kenslur, stór brotsverk ella bardagi fyri lívinum. Hann lítur skemtiliga upp á alt.

Og kortini vil hann annað enn bert vekja látur. Hann vil siðbøta fólkið við at sýna tí allar hesar tápuleikar, ið hann manar fram. Hann berjist fyri at týna pátrúgv — sum í „Hexerie eller blind Allarm", fyri at fáa avtiknar ósiðir í samfelagslívinum — sum í tí frálíku tíðarmyndini „Barselsstuen", ein hin besti av sjónleikum hansara — hann hevur at teimum, sum býttliga apa sær eftir fremmandum og vanvirða sítt egna (Jean de France), hann revsar gabbarar og vingluskøltar og riðilin av innantómum apuspjótum, sum til tíðir spælir sær á lívsins sólskinsteigum.

Og hann dugir væl at vera skúlameistari. Hann setir seg vinarliga undir liðina á honum, sum hann vil hava at, og vísir honum ein, ið er verri enn hann sjálvur, ella sum hesin ið hvussu er finnur vera tíggju ferðir verri. Hvat mangir politiskir ørvitisknokkar munna ikki hava fingið sær ein góðan látur at Hermanni von Bremen í hansara fátæka evnaloysi, tá ið hann verður kravdur at standa til ábyrgd fyri sítt politiska møsn, ella hvat mangir pretnir lesiheilar munna ikki í síni uppblástu sjálvsfrøi hava flent hjartaliga at Erasmi Montani tóma orðaleiki og trongskygda sjálvsáliti? Og kortini — sjálvt um áskoðarin hevur kent seg sum mangar ferðir betri mann enn ólukkudýrið á leikpallinum, sum verður hildið fyri gjøldur, so hevur væl oftast eitt lítið prik sitið eftir, sum hevur havt sína ávirkan so við og við. Jú, Holberg hevur gjøgnum hesar tvær øldirnar verið donsku — og norsku — tjóðini ein frálíkur samfelagslækni.

Tað er eins og hann hevur kent á sær, at honum mundi ikki fara at unnast langa tíð til at fáast við tað starv, sum óivað hevur verið honum kærast, og sum hann gav seg til av fullum huga. Bert 4 ár slapp hann at virka sum sjónleikaskald, sum hann átti gávur til fram um teir flestu. So kom — sum áður sagt — pietisman og køvdi hann inni, og tá ið aftur lýsti í, var hann gamal, og skaparamegin stirðnað og viknað. Men í hesi 4 árini skapaði hann so mikið, sum annars átti at hava verið javnað upp á ta trí- ella ferfaldu tíð. Tá hevði hann væl verið sloppin undan teim brekum, sum nú lýta nógvar av sjónleikunum og prógva, at teir eru skrivaðir í bráðskundi, um enn av einum skaldi við sjaldsomum gávum.

Hann var eitt andaligt stórmenni. Og væl neyvan nakra aðrastaðni man einstakur maður so sjónliga hava sett sín dám á fólkalyndið, sum tað seinni hevur skapast, sum Holberg á danskt lyndi. Tað er so skilligt, at hesin hugurin til at taka lívið lætt og skemtiliga, hesin merkiligi, men als ikki ódámligi blendingur av ókøviligum flenningarhugi og jarðbundnari „snusfornuft", sum tykist vera ein aðaltáttur í nútíðar donskum lyndi, vísir beinleiðis aftur til sjónleikir Holbergs. Hin danska tjóðin tók hann blídliga til sín, henda skemtifulla álvarsmannin, hann, norðmaðurin, skapaði afturfyri danskt lyndi í sína mynd.

 

To top

Heimildir

Bókmentir

Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981.

Holberg, Ludvig: “Hin politiski kannustoypari.” Umsett hevur Rikard Long. Felagið Varðin. Havn í Føroyum 1922.

Holberg, Ludvig: "Den ellefte Junii", 1723.

Holberg, Ludvig: “Den politiske Kandestøber”, 1722.

Holberg, Ludvig: ”Herman von Bremenfeldt”, sí Holberg, Ludvig: “Den politiske Kandestøber”, 1722.

Holberg, Ludvig: “Peder Paars”, 1719-20.

Holberg, Ludvig: “Studenstrup”, sí: Holberg, Ludvig: "Den ellefte Junii", 1723.

Isaksen, Kristin Holm: “Sjónleikur í Føroyum”. Varðin 5. bind, 1925.

Long, Rikard: “Ludvig Holberg23. desember 1684 — 28. januar 1754.” Varðin 15. bind, 1935.

“Løg til Songbók Føroya fólks – við klaversatsi og talsetingum”, Lagt til rættis hevur Zacharias Sørensen, nótar 2003.

Løgtingið 150. Hátíðarrit. 150 ár liðin, síðani Løgtingið varð endurstovnað. 2. bind 2002.

Molière, [Jean-Baptiste Poquelin]: Hin gírigi.

Svabo, Jens Christian: “Indberetninger fra en Rejse i Færø 1781 og 1782”, Napoleon Djurhuus legði til rættis, 1959.

“Tingakrossur”  nr. 26-52, 1921 og nr. 2-7, 1922.

“Tingakrossur” nr. 30 og nr. 31, 1918.

flb.fo

pisserenden.com/gader/vestergade

 

To top

Summary

The play “Hin politiski kannustoypari” (“The Tinker Turned Politician”) is the first play written by Ludvig Holberg (1684-1754), Norwegian born writer residing most of his adult life in Copenhagen. The premiere took place a few nights after a Danish translation of the French play “The Miser” by Moliére had been performed. These performances took place in Copenhagen in 1722 at a recently built theatre where  as a reaction to the dominating role of the Fench language in Denmark at the time, it had been decided to perform plays in Danish instead of French.

“The Tinker Turned Politician” was published in Faroese exactly 200 years after its original publication in Danish. In his foreword the Faroese translator Rikard Long (1889-1977) says:

“The Tinker Turned Politician” mocks the tendency of immature people to air their views on all matters of which they have no understanding, and as an example he presents a tinker who in the company of his friends rambles on about politics without having the faintest idea of what he is talking about. So well has Holberg succeeded in describing these men and their line of thought that it still  200 years later  seems as if they are walking among us using almost the same words – the line of thought, at least, has not changed.”

 

 

To top