Skip to main content

Hjá dalabóndum

Jens Christian Hostrup - R.C. Effersøe týddi

Songleikur í trimum pørtum

Leiktur fyrstu ferð: 1890

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

Tey leikandi

Ólavur, bóndi í Dølum

Birita, kona hansara

 

Ingibjørg, dóttir teirra

Astrid,  dóttir teirra

 

Torstein,  bóndasonur

Gulakur,  bóndasonur

Haldór,  bóndasonur

 

Mr. Wilson, eingilskmaður

Dr. Blumenduft, týskari

 

Gudbrandur, stórtingsmaður

 

Nykur

Hulda

 

To top

Fyrsti Partur

Fløta í viðarskógvi. Lítil á rennur fram.

Hulda situr á steini.

Nykur.
Halt mær til góðar, at eg óboðin komi inn í tínar friðlýstu hallir.

Hulda.
Fekk eg ongan verri gestin enn teg, var eingin vandi; men hvar er tann óttin, ið fyrr stongdi mítt garðalið? Frekir valdsmenn bróta veg gjøgnum urðarnar. Mín prúði viðarskógvur má falla fyri øks og sag. Upp ímóti fjallatindum, so høgt sum seyður fyrr tordi at herja, búnast nú akrar til føðslu hjá hesum altoyðandi vantrúna fólki, ið nú herskar í Dølum.

Nykur.
Ja, trúgvin týnist burtur sum teir stinnu viðarbular, og upp úr elnum sprettur vantrúgv og marglæti sum eiturkynt hundaland. Okkara veldi stendur í váða. Vilja vit standa fast, tá mugu vit halda saman í neyð og deyð.

Hulda.
Tú sigur satt.

Nykur.
Júst tí vendi eg mær til tín. Okkara veldi er bygt á somu grund, tí stevni eg tær til at hjálpa mær.

Hulda.
Hvat eru tíni ynski? Sig tey fram!

Nykur.
Tú veitst, hvørjar treytir eru fyri mínum harraveldi. Hvørt ár krevst offur. Sakleyst blóð má gjaldast, um ei støkka skulu mínir gyltu streingir og feigdaróttin, kongakrúna mín, skal følna og áin, fríi, reini streymur mín, skal træla undir mannavilja og dríva verk og dragsa farmaskútur.

Hulda.
Og tí tú hevur offur valt tær. Tvey dimmi hevur átjan ára moy úr dali hoyrt tín harpuslátt. Í nætur tvær eg hoyrdi mjúka ljóðið treingja í tann unga barmin og vekja trá og óvinniliga ræðslu. Tað triðja dimmið skal títt verk fullføra.

Nykur.
So veitst tú alt; tó nakað er, sum eg má fyri óttast.

Hulda.
Tað veit eg við; tann gentan eigur biðil ein - ein prúður drongur, sum nátt og dag hon ber í tonkum. Nú er hann burtur. Kemur hann har aftur, tá er víst spælið spilt. Men ber tó ongan ótta! Eg havi fevnt hann, ei eg sleppi honum frá mær. (Letur upp hellisdyr, sum Torstein liggur innanfyri).

Nykur.
Tú hevur longu fingið hann!

Hulda.
Eg havi sungið honum raman gandasong. Sum gloymsilsmjøður stjelur mannaminni, so rurar songur mín øll evni burtur. Hann kann ei vekjast, uttan at ein rødd, sum sterkari er enn mín, til hansara sinni talar. (Hon veittrar, hellið letist aftur).

Nykur.
Eg takki tær! Mín bøn var gjørd, áðrenn hon var havd á orði.

Hulda.
Enn ert tú ei úr vanda. Tað er so lagað, um títt offur veit, hvør hana dregur, og um hon evni fær at nevna teg við navni, tá brestur allur gandur, og hon er frí og fræls.

Nykur.
Ver ikki bangin. Slíkt evnar eingin av sær sjálvum, og tú skalt hjálpa mær at halda… (róp hoyrast). Tig! hvør rópar har?

Hulda.
Her hava gingið menn í fleiri dagar við geyl og buldur til at veiða djór. Ei firnast teir, um skógvurin er dimmur, og ikki forðar teimum bjørg og bláar skorar. Far tú nú undir kav, eg fari mær í hellið. Har einki mannamál mítt oyra pínir. (Tey hvørva).

Blumenduft og Gulakur við byrsum.

Gulakur.
Her kunna vit bíða. (Rópar)

Blumenduft.
Hør min gote ven, hvorfor ger du so?

(Tað svarar langt burturi).

Gulakur.
Nú kanst tú sjálvur hoyra.

Blumenduft.
Nu, det skal en signal være. (Rópar við klænum máli). Heda, holla!

Gulakur.
Fást ikki við. Tú hevur ikki mál at rópa, teir hoyra einki av hasum. Tað skuldi verið, at teir kundu tikið tað fyri ein steinstólpuunga, sum letur.

Blumenduft.
Hahaha! (Fyri seg sjálvan). Liebenswürdige Naivität!

Gulakur.
Men sig mær — hvat ert tú í grundini fyri ein kallur?

Blumenduft.
Jeg ikke være nogen karl, min ven.

Gulakur.
Hvat ert tú tá fyri eitt konufólk?

Blumenduft.
Hahaha! Merkwürdig! Nein, min ven, jeg være en dysk lærd, hvis navn ikke alene er elsket og estimeret i Mecklenburg, hvor jeg har hjemme, men i det ganze store dyske fædreland. Jeg være doktor.

Gulakur.
Ert tú doktari? Hvussu ber tað tá til, at tú ikki troystar tær at síggja blóð? Tú fekst jú ilt, tá ið tú sást reinsdjórið, eg hevði skotið.

Blumenduft.
Aber, min ven, jeg ikke være doktor i medicinæ, jeg doktor i det skønne, i poesi, i denkunst at gere vers.

Gulakur.
Gera vers, skal tað kallast kunstur? Tað duga vit øll her í Dølum.

Blumenduft. (Fyri seg sjálvan).
Merkwürdig, dass die Poesie im höchsten Norden so ausgebildet ist.

Gulakur.
Hoyr! sig mær, eru eingi fjøll har í Týsklandi, sum tú býrt?

Blumenduft.
Jo, min ven, der er höhe fjælde, meget höher end dem, de har hier.

Gulakur.
Ja, men tú hevur tó ikki verið uppi á nøkrum av teimum.

Blumenduft.
Jo, min ven, jeg har oppe på dem alle zusammen været.

Gulakur.
Hvør skuldi trúð tí! Hevur tú eisini verið og veitt fyrr?

Blumenduft.
Ja, mangfaldige gange. Jeg har været ude at skide disse eber, disse store wilde schwin, — ja af dem har man hier ingen.

Gulakur.
Nei, vit plaga ikki at skjóta svínini her hjá okkum.

Blumenduft.
Nei! - Forstå mich - det ikke vare sådan små griser, det vare nogle store, store schwin, som løbe omkring og brøler; og så har de sådan børst og hautænder ud af munden. Ja, det være en meget gefährlich jacht.

Gulakur.
Hvussu mong hevur tú skotið av teimum svínunum?

Blumenduft.
Å, ikke så gefährlich mange, der Gud ske lof ikke være så mange til af dem. Men jeg sked alle dem, jeg kunne få fat på.

Gulakur.
Skeytst tú tey livandi?

Blumenduft.
Hahaha! charmant! Men sig mig, min gote ven, hvad den englænder der mr. Wilson være for en fyr?

Gulakur.
O - tað er ein eingilskmaður.

Blumenduft.
Ekscellent, hahaha! Men han lader til at være godt kendt her, har han her længe været?

Gulakur.
Ja, hann hevur ligið her uppi við fjøll í fleiri ár og fiskað síl.

Blumenduft.
Holder han da så meget af fisk?

Gulakur.
Nei, hann etur aldrin síl sjálvur.

Blumenduft.
Ja so! Han da drive handel med den fisk?

Gulakur.
Nei, hann gevur burtur hvønn stert.

Blumenduft.
Hahaha! die engländer immer være naragtige.

Gulakur.
Vit halda hann ikki vera so býttligan. Hann er so skjótur og djarvur til at ganga, og hann skjýtur so væl sum nakar av okkum. Eisini dámar honum væl at tala við okkum.

Blumenduft.
Ja det ger jeg ochso.

Gulakur.
Hann roynir aldrin at lúgva fyri okkum, og hartil betalir hann øllum væl.

Blumenduft.
Ja, jeg også betale wohl.

Gulakur.
Hartil bjóðar hann okkum av og til sovorðið gott slag.

Blumenduft.
Jeg også vil dem af og til traktere. (Fyri seg sjálvan). Ich kann nicht begreifen, dass der närrische Engländer von diese Kinder der Natur so hoch geschätzt werden kann.

(Mr. Wilson og Haldór við byrsum.)

Haldór.
Er nakar farin eftir rossum at reiða veiðuna heim á?

Gulakur.
Eg sendi boð til Ólav bónda, at eg ætlaði tað til 5 klyvjar, og bað hann senda ross sum skjótast. - Sig mær, hava tit sætt nakað til Torstein?

Haldór.
Nei, hann sást ikki.

Mr. Wilson.
Det mig fortruder, at jeg bad ham at søge op den ren. Blot han ikke være kommen til skade.

Haldór.
Nei, trúgv tú mær! Hann er ivaleyst farin oman til gentuna. Tey kunnu illa síggja av hvørjum øðrum meiri enn ein tíma í senn.

Mr. Wilson.
We will hope det. Hør, Gutter! Now we will go ned med en song, og naar we so kom til Grumnes, so we will drikk en krus øl tilsammen.

Gulakur (gevur honum hond).
Takk, tú. Ja, tú ert ein kallur, sum veit, hvussu tað eigur at vera.

Blumenduft.
Jeg vil og med øl traktere.

Mr. Wilson.
En anden gang, sir. Nu det være mig, som traktere. Det er mine gæster.

Blumenduft.
Men, bedste Mr. Wilson, wenn vi to udgaverne unter uns fordele kunne.

Mr. Wilson.
Sir, will De fornærme mig?

Blumenduft.
Nei, nei, langtfra! (Fyri seg sjálvan). Der verfluchte Kerl will immer der erste sein.

Mr. Wilson.
Let os da få den song.

Gulakur.
Um dalur gerst mær ov trongur,
eg strúki til fjallatind;
til foss, sum við duni gongur,
at veiða villu hind.
Eg taki riflu í hendi;
eg reiki í líð og urð;
mær forðar ei jøkilsendi;
eg rennikúlurnar sendi
at beita tað stygda djór.

Kór: Eyeyameg!
Vit vinna góða veiðu.

Gulakur.
Av hægsta reyninum oman
eg síggi í grønan dal;
har veittrar meg reyða stovan
- viðurin veksur væl.
Tá dregur meg hugurin aftur,
tá ornar meiri mítt blóð.
Eg loypi fríur og lættur;
í túni hondina rættir
mær gentan so blíð og fró.

Kór: Eyeyameg!

Vit vinna góða veiðu.

To top

Annar partur

Ingibjørg (høgrumegin frá). Astrid (vinstrumegin frá).

Astrid (kemur syngjandi).
Ingibjørg, hoyr meg eitt sindur. Eg havi góð tíðindi. Gita, hvat tað er!

Ingibjørg.Nei.

Astrid.
Royn eina ferð! (Syngur). ”Nú lystir meg í dansin at gá …”. Tað eru góð tíðindi, sum mugu gleða teg líka nógv sum meg. Royn nú, lítla systir! Harra mín, hvat sakar teg? Tú ert jú ikki petti forvitin!

Ingibjørg.
Eg dugi ikki at gita.

Astrid.
So skal eg hjálpa tær. Veitst tú, hvar Sunnuva hevur verið í dag? Gita! Hon hevur verið hjá Andriasi spælimanni.

Ingibjørg (burtur í øðrum heimi).
Hví tað?

Astrid.
Hoyr, góða systir, ert tú blivin býtt? Andrias skal sjálvsagt koma higar í kvøld, so at vit kunnu fáa dans, tá ið teir koma aftur úr fjøllum.

Ingibjørg (sum fyrr).
Hvør?

Astrid.
Nei, nú gongur tað av skriðuni hjá tær. Hvørjir aðrir enn allir teir veldigu veiðimenninir og eingilskmaðurin og býttlingurin Gulakur og góði, søti Torstein hjá tær.

Ingibjørg.
Trýrt tú, at hann fer at koma aftur?

Astrid.
Ja, hví skuldi hann verið verandi har uppi? Hann man fara at vera tann fyrsti, ið kemur, um tað ikki verður býttlingurin Gulakur, sum altíð rennur sum eitt ótt. - Veitst tú, hvussu tað í grundini hevur seg?

Ingibjørg.
Við Torsteini ?

Astrid.
Nei, við dansinum. Tað er eingilskmaðurin, sum hevur biðið pápa fáa í lag eitt gildi, tá ið teir allir koma av fjalli. Og í kvøld koma teir. (Syngur). ”Nú lystir meg …” Eg kundi kyst tann ljóta eingilskmannin. Men, Ingibjørg, tú ert jú ikki fegin. Leggur tú ikki lag í at dansa?

Ingibjørg.
Nei, nei, nei!

Astrid.
Ikki leggja lag í at dansa! Neyðardýrið, so mást tú vera sjúk. Tú ert eisini bliknað nógv hesar seinastu dagarnar. Sig mær: hvar vart tú í nátt?

Ingibjørg.
Í nátt?

Astrid.
Ja, í seingini vart tú ikki. Eg vaknaði og sá, at tú vart burtur. Eg hugdi út og helt meg síggja teg sita á steininum har. Var tað ikki tú?

Ingibjørg.Jú - tað hugsi eg. Eg var so bangin og, og so tung; eg fekk ikki andað. (Tekur grátandi armar sínar um hálsin á systrini). Góða systir!

Astrid.
Sig mær, góða systir, hvat sakar teg? Sig mær nú alt, so fæst okkurt ráð. Ver nú góð og dyl einki fyri mær.

Ingibjørg (syngur).
O, systir góð! Ein loynlig sorg,
sum eingin mær kann ráða,
nú byrgir mína tankaborg –
hvat er tað meg vil bága?
So innarliga leingist eg
og veit ei, hvat meg dregur.
Tað er, sum bergið køvir meg
og lukku mína grevur.

O, systir, lætt mær hesa tyngd,
sum forðar gleði míni,
eg eri so av sorg umringd, —
á, hjálp nú systur tíni!
Ein reyst meg elvir, men hvat til?
Ja, tað er mær ein gáta.
Eg veit ei, hvat ið tárið vil
og tó - tó má eg gráta.[1]

Gudbrandur (kemur, í fríggjaraklæðum).
Gott kvøld her í húsi.

Astrid.
Gott kvøld, Gudbrandur. Vilt tú tala við faðir?

Gudbrandur.
Nei, eg havi hitt hann, og nú vil eg tala við teg, Astrid.

Astrid.
Við meg? Tað er ein stór æra fyri meg.

Gudbrandur.
Tín æra verður størri, um tú vilt fylgja mínum ráði. Sært tú, hesin Gulakurin rennur eftir tær og skapar sær, sum hann skuldi verið góður við teg. Tað dámar mær einki.

Astrid.
Tað kann gera tær tað sama, tá ið tað dámar mær.

Gudbrandur.
Eg kann ikki tola tað, sigi eg tær. Hann hevur víst eitt sindur av ogn; men jørðin er illa umsitin, og hann kann ikki fáa skil á henni, tí at honum fattast hetta her slagið. (Slær á fikku). Hann er ikki maður fyri eina gentu sum teg.

Astrid.
Veitst tú kanska nakran, sum er betri? Ein má jú taka, hvat ið fæst.

Gudbrandur.
Eg vil sjálvur gera teg lukkuliga. Eg vil giftast við tær.

Astrid.
Vilt tú?

Gudbrandur.
Eg eri einkjumaður, Astrid. Eg havi 5 børn, og ein maður sum eg nær ikki at ansa ungunum. So veitst tú við, at eg eri stórtingsmaður, og eg má hava onkun til at standa fyri húsinum, tá ið eg fari burtur at stýra gamla Noregi. Sært tú, tí er tað, at eg vil gera tær ta lukku.

Astrid.
Takk skalt tú hava, men …

Gudbrandur.
Tú skalt ikki takka mær, Astrid. Eg resoneri nú sum so: eg eri tann ríkasti propritárius í fleiri mílis umkres. Eg stammi niður frá hinum gomlu, klassisku, norsku kempunum, sum hava gjørt okkara føðiland til tað merkverdigasta av øllum konga- og keisararíkjum á jørðini. Eg eri uttan beskeðiligheit tann klókasti maður her í dalinum til at snakka um politiskar og sosialistiskar materiur, og sært tú, tí eg eri tann mektigasti, tann ríkasti og tann klókasti, vil eg eisini hava ta vakrastu konuna.

Astrid.
Ja, men so skalt tú ikki koma til mín; Marjun í Soylu er nógv vakrari enn eg.

Gudbrandur.
So, heldur tú, at hon er vakrari enn tú? Nei, tú ert beskeðin, Astrid, - allir dreingir siga, at tú ert vakrast. Og tí vil eg eiga teg; men tú mást ikki nevna tað fyri nøkrum enn. Eg vildi bara bereiða teg uppá tað, so at tann snøgga gleðin ikki -

Astrid.
- skuldi drepa meg?

Gudbrandur.
Nei, tað var ikki júst tað, eg vildi siga.

Astrid.
Jú, tað er júst ein sovorðin gleði, sum fólk kann doyggja av. Men tað er nakað, sum tú ikki hevur tonkt tær til. Um eg nú ikki skoytti um teg?

Gudbrandur.
Tú ert dúgliga nasadjørv. Ja, ja, tað dámar mær ikki illa. Eingin kann halda for nógv um seg sjálvan.

Astrid.
Tað er mítt rama álvara. Eg vil hvørki eiga ella síggja teg.

Gudbrandur.
Hví?

Astrid.
Tí eg eri ikki góð við teg; eg kann ikki tola teg.

Gudbrandur.
Tað er eingin grund, Astrid; sovorðin persónlig fornemilsi kann man ikki taka hensýn til. Tú mást koma við betri - sovorðnum juridiskum bevísligheitum.

Astrid.
Eg havi einki skil á tíni talu; men tað veit eg, at eg ikki vil hava teg.

Gudbrandur.
Ikki hava Gudbrand Tollaksson? Billa mær ikki inn, at tú ert so býtt!

(syngur).

Í dalinum her tú sært ei tann mann,
tú fært ei tann jassin, ið meg stinga kann,
mítt veldi og vit tað setir meg hægst,
ei minst ger tann ognin, ið mær er tillagst.

Um eg eina gentu kjósa mær vil,
tá má hon væl ivaleyst takka sær til.

Astrid.
Tó eina eg veit, sum ei sigur takk,
sum fegin vil eftir tær brenna ein krakk.

Gudbrandur.
Á tingi eg standi pá fólksins rætt,
alt, hvat ið eg vil, útinni eg lætt,
ei tað, eg ynski mær, verður formeint,
sum eg seti urið, so gongur tað beint.
Tú gevi mær brátt eitt betri beskeð,
tí allar gentur vilja berjast um meg!

Astrid.
Um tú av gulli alnógv hevur til,
gakk frá mær, tí eg ikki síggja teg vil.

Birita.
Nú koma teir; eg hoyri sjongin frá teimum her fyri norðan.

Gudbrandur.
Eru teir nú lidnir at veiða?

Birita.
Ja, nú koma teir oman aftur úr fjøllunum.

Ingibjørg.
Er tað víst, at teir koma?

Astrid.
Ja, nú kanst tú vera glað.

Ingibjørg.
Nei, systir! Ikki kann eg gera við tað, mítt hjarta verður alt tyngri, jú nærri teir koma, tí eg kenni tað á mær, at teir hava eingi góð tíðindi; hann kemur ikki við teimum.

Astrid.
Slá hasar tankarnar burtur; hann kemur víst við.

Ólavur.
Nú koma teir oman ígjøgnum brekkuna.

Gudbrandur.
Koma teir allir higar?

Ólavur.
Ja, teir koma higar at drekka og stuttleika sær omaná.

Ingibjørg.
Kendi tú teir allar?

Ólavur.
Ja, eg sigi tær, teir komu oman gjøgnum brekkuna oman ímóti garðinum.

Ingibjørg.
Svara mær reint út: Saknaði tú ongan? Var Torstein við teimum?

Ólavur.
Neimen saknaði eg ongan, allir vóru har. Sig mær, kona, er nú alt til reiðar?

Birita.
Jú, alt er til reiðar.

Astrid.
Eg skúraði borðini so, at tey skína, og eg havi stroytt grannbar á gólvið.

Birita.
Og borðini bogna undir kjøti og drýli og øllum góðum. Øl er í kannu, alt er til reiðar. Lat teir bara koma!

Veiðimenninir.
Góðan aftan her inni!

Hini.
Væl afturkomnir.

Gulakur.
Her hava tit okkum aftur av váðaferð.

Ólavur.
Hava tit havt góða eydnu?

Gulakur.
Ja, eg vil ikki láta illa at; klyvjarnar verða nóg tungar.

Ingibjørg.
Góðu vinir, svarið mær ærliga, hvar man Torstein vera? Eg síggi hann ikki.

Gulakur.
Vit væntaðu, at hann var strokin oman til tín. Tað eru tríggir dagar síðani, hann skiltist frá okkum á høga fjalli.

Astrid.
Hav gott mót, systir! Um eina løtu hava vit hann her, og so kann hann sjálvur troysta teg.

Øll.
Hann kemur víst aftur.

Ingibjørg.
Nei! nei! Mítt mót er fallið, eg havi einki hop. Nú er øll mín gleði deyð. Hon livnar ikki aftur. Alt, sum mær er borist fyri, er gingið út. O, hevði jørðin opnað seg og tikið meg í seg. Alt er kalt og deytt fyri mær, nú hann er deyður. (Hon fellur í óvit).

(Astrid og Birita taka hana undir hond).

Ólavur.
Hon raknar skjótt við aftur. Vit mugu ikki spilla tíðina. Fólkið bíðar eftir okkum. Lat okkum fara til gildi. (Teir fara).

Astrid.
Hon dregur anda.

(Ingibjørg vaknar við. Astrid og Birita leiða hana út).

Blumenduft (einsamallur).
Rührend! Erhebend! Ja in einer kleinen Idylle würde man es benützen können. Es hat mich sehr erfreut. Wahrlich eine schöne Idee! Der junge Mann ist dahin. Seine verlassene Braut steht händerringend am Grabe ihres Erdenglückes. Wunderhübsch! Ich möchte aber die näheren Umstände kennen.

(Blumenduft. Birita).

Blumenduft.
Nå, gute kone! Hvor går det med den unge pige?

Birita.
Tað man ikki so skjótt fara at verða gott aftur.

Blumenduft.
Ach ja! hun har freilich grund til at sørge, wenn hendes kæreste er død.

Birita.
Torstein er ikki deyður.

Blumenduft.
Ja, min gute kone! Han er styrtet ned fra fjældet, og så har han slået sig itu.

Birita (uttan iving).
Nei!

Blumenduft.
Ach ja, min gute kone.

Birita.
Nei, eingin av okkara fólki dettur oman.

Blumenduft.
Hvor skulde han da være? Tror De, at han er frivillig rejst bort?

Birita.
Nei!

Blumenduft.
Skulde han da være faret vild?

Birita.
Nei, eingin av okkara fólki villist.

Blumenduft.
Ja, men jeg forstár Dem ikke, min gute kone? Hvad mener De?

Birita.
Eg veit fullvæl, hvat ið eg meini.

Blumenduft.
Men hvad kan det være. Å, nu ved jeg det. Ikke sandt? De er bange for, at han er bleven bidt af en af disse - disse hersens sorte dingster, som brummer - en bjørn, og at han nu ligger og forbløder sig oppe på fjældet.

Birita.
O nei! Tað hevur onga neyð.

Blumenduft.
Ja, men bjørnen er doch slem.

Birita.
Tað er tað, sum verri er.

Blumenduft.
Men hvad er da det? Er det et menneske, eller er det et dyr?

Birita.
Tig, tað er ikki vert at tala um tað. (Fer út).

Blumenduft.
Ikke værd at tale derom! Men hvem er det da? Og hvorfor vil hun ikke tale derom. Wunderbar! Jeg må det vide.

(Blumenduft. Astrid).

Blumenduft.
Hør, min gute pige (skoðar hana). Sie ist schön, zum Entzücken schön.

Astrid.
Hvat vilt tú mær?

Blumenduft.
Hør, min smukke pige! - Hvad var det nu, jeg vilde sige? Hvem er det, som er værre end en bjørn?

Astrid.
Ja, tað veit eg ikki. Tað sigst í einari vísu, at ein seytjan ára gomul genta er verri enn bæði bjørn og vargur; men tú skalt ikki trúgva tí.

Blumenduft.
Hahaha! Nej, det er nok ikke so at forstå. - Sie ist ausgezeichnet schön!

Astrid.
Hvat er tað, tú stendur og babbar um! Kemur tú ikki inn at fáa tær?

Blumenduft.
Nej, jeg vil heller tale med dig, min smukke pige. Hvad hedder du?

Astrid.
Eg heiti Astrid. - Tú ert væl týskari?

Blumenduft.
Kunne du höre det? Det fornøjer mich.

Astrid.
Ja, týskararnir eru altíð sovorðnir løgnir fýrar.

Blumenduft.
Hahaha! Ausgezeichnet. Men vi er doch ikke så narachtige som den englænder. Du lider doch mich bedre — ikke?

Astrid.
Nei, tað skalt tú ikki trúgva. Vit eru øll so góð við eingilskmannin.

Blumenduft (fyri seg sjálvan).
Der verfluchte Engländer. (Hart). Ja, men når jeg har været her lidt længer, så vil I doch synes bedst om mich. Vi to skal nok blive gute venner.

Astrid.
Tað trúgvi eg ikki.

Blumenduft.
Hahaha! Du er en lille kokette, Astrid! Du ved nok, at du er smuk.

Astrid.
O jú! Tú veitst væl eisini, at tú ert ljótur?

Blumenduft.
Nej hør! Du er næsten altfor naiv. Men det mener du ikke, du mener det bestimt ikke.

Astrid.
Hahaha! Trýrt tú tá, at tú ert vakur?

Blumenduft.
Nu ja - jeg er -, men du er en lille skælm.

(Tey somu. Gulakur).

Blumenduft.
Jeg taber ikke modet, om du mich mit hvasse ord begegner. Dine øjne sige mich, at du lider mich gansk gut.

Gulakur (fyri seg sjálvan).
Eg meini, týskarin ætlar sær at fríggja.

Blumenduft.
Dit øje blinker venligt, og dine læber tillokke mig i deres smilende ynde.

Astrid.
Mínar varrar eiga einki til tín uttan hvøss orð.

Gulakur (fyri seg sjálvan).
Ja, eg skal lova fyri, at tey koma ikki til at tróta.

Blumenduft.
Ach, min smukke, lille pige! Jeg ser, du er fuld af skæmt. Ræk mig nu din bløde, skære hånd og lad os være venner.

Astrid.
Mín hond er ikki mjúk. Kom ikki so nær, at tú fært hana at kenna.

Blumenduft.
Men hør nu, min smukke, lille pige.

Astrid.
Gakk frá mær!

Blumenduft.
Vil du doch ikke sige et venligt ord?

Astrid.
Nei, ikki við teg!

Blumenduft.
Du kan doch ikke nænne at smerte mich. (Nærkast).

Astrid.
Kom mær ikki ov nær.

Blumenduft.
Dit hjerte er doch blødt och kærligt.

Astrid.
Ja, sum fjallið!

Blumenduft.
Jeg kom dich doch så venlig i møde.

Astrid.
Gakk, sum tú komst.

Blumenduft.
Nej, ræk mich først din bløde hånd. (Vil fevna hana).

Astrid.
Hav tú mína! (Gevur honum ein dyggan undir vangan).

Gulakur.
Hahaha! Hatta var tær væl unt. Hatta svarið var stutt og greitt.

Blumenduft (í øði).
Unverschämt. So skal man denn holdes for nar.

Astrid.
Tú fekst ikki meir, enn tú átti.

Blumenduft (sum fyrr).
Dette går doch over alle grænser. Det er doch ellers kun sin ligemand, man tør byde ørefigen. Om jeg finder for godt at sige smukke ting til en tosset bondepige, så bør hun doch huske på min rang och stand.

Gulakur.
Rang och stand! Hahaha!

Blumenduft.
Dumme knecht! Hvad ler du af!

Gulakur.
Her hjá okkum eru øll líka; hvat vit meina, siga vit; tá ið eg fái okkurt stuttligt at hoyra, so læi eg. So eru tey von at gera í Noregi.

Astrid.
Her hjá okkum gerst bara munur millum vitugt fólk og býttlingar. Býttlingar fáa undir vangan, tá ið teir koma mær ov nær.

Blumenduft.
Ja, jeg holder ikke af skænderi, och man kommer doch ingen vej med disse hovne bønder.

Gulakur.
Hahaha! Hygg! Eg meini, at neyðardýrið er blivið bangið - nú sær hann, at tað nyttar ikki at vera ývin - hann er reiðiliga fallin í fátt.

Blumenduft.
Ja, det bliver nok best, jeg går hinweg. (Fer).

Gulakur
(fer til Astrid). Tú ert ein herlig genta, Astrid.

Astrid.
Varða teg, at tað ikki gongst tær, sum tað gekst honum.

Gulakur.
Ja, eg veit væl, at hendur tínar sita leysar á skafti; tó hugsi eg ikki, tú hevur hjartalag til at sláa meg. Tú manst vera ov fegin, tí at tú hevur fingið meg aftur.

Astrid.
Heldur tú tað vera mær so gleðiligt! Nei, eg havi fingið annað at hugsa um, meðan tú hevur verið burtur. Eg havi fingið ein nýggjan fríggjara, sum gongur langt fram um allar hinar.

Gulakur.
Hvør man tað vera?

Astrid.
Tað er ríki Gudbrandur; tú kanst ætla, eg fari ikki at sigast undan.

Gulakur.
Tað gert tú víst, Astrid.

Astrid.
Tú ert tó ein trællur! Hvussu ber tað til, at eg ikki kann ræða teg?

Gulakur.
Tað kemst av tí, eygu tíni eru meiri bersøgd enn muðurin.

Astrid.
Hvat siga tá eygu míni? (Blundar).

Gulakur.
Tey siga, at tú hevur hug at dansa í kvøld við einum dreingi, sum heitur Gulakur.

Astrid.
O, ja, tað má vera; men tey siga eisini nakað annað.

Gulakur.
Tað man vera, at tú hevur hug til at dansa við mær aldur og allar ævir.

Astrid.
Nei, ikki er tað tað, Gulakur! Eg havi lítlan hug til at dansa, fyrr enn Torstein kemur aftur. Kanst tú fáa hann aftur, so geri eg alt, hvat ið tú vilt.

Gulakur.
Eg vil uppfylla øll tíni ynski.

Astrid.
Tað er klárt og vakurt veður. Vilt tú ikki fara til fjals í kvøld?

Gulakur.
Við tað sama!

Astrid.
Nei, bíða eitt sindur! Vilt tú ikki hvíla teg fyrst?

Gulakur.
Eg nýti onga hvíld.

Astrid.
Tá ið eg biði teg, steðgar tú væl, inntil vit hava dansað ein dans saman?

Gulakur (tekur hana í hond).
Astrid, tú ert frálík!

(Tey somu. Ólavur. Gudbrandur).

Gudbrandur (við Ólav).
Sært tú! - Nú hava tey uppaftur nakað saman.

Ólavur.
Gulakur! Hvat gert tú har?

Gulakur.
Eg tali við gentuna.

Ólavur.
Tað skuldi tú heldur latið verið. Komandi sunnudag skulu Gudbrandur og hon trúlovast.

Gulakur.
Nú sunnudagin? Tað er ikki rætt av tær, tú veitst, at vit eru góð við hvørt annað.

Gudbrandur.
Hvat snakkar tú um rætt? Eg veit betur lóg og rætt enn nakar annar her í dalinum. Eg kann alla Norsku lóg uttanat.

Gulakur.
Tað er tó ein lóg, sum er ókend fyri tær.

Gudbrandur.
Hvat lóg er tað? Hvar er hon skrivað?

Gulakur (leggur hond á hjarta).
Her!

Gudbrandur.
Hahaha! Tann lógin geldur ikki á stórtinginum.

Gulakur.
Eg veit eitt stórting, hvar ið hon geldur. Tað líti eg uppá.

Ólavur.
Hoyr, Gulakur! Tú veitst, at eg haldi alt gott um teg. Men eg má hava ein mann til dóttur mína, sum kann forsyrgja henni.

Gulakur.
Tann tíð man koma, tá ið eg kann gera tað. (Við Astrid). Ver tú við gott mót. Enn eru tveir dagar til sunnudagin.

(Tey somu. Wilson. Blumenduft).

Mr. Wilson (við Blumenduft).
Mens de nu rudder upp til dansen wi will see, om wi kann hitt på anden moro imens. Har De hørt dem steves?

Blumenduft.
Steves? Nei - hvad er det?

Mr. Wilson.
Stev, det kalder de en alternative song - en vekselsong, som de sing til hinanden. O, det very morsomt at høre.

Blumenduft.
Men, hvad er det for sange? Hvem har dem dichtet?

Mr. Wilson.
De gør dem selv i det sam øjeblik. Det kommer sodan lige ud af dem. Når wi beder dem, de gør det nok.

Blumenduft.
Jeg skal probere. (Við bøndurnar). Hør, mine gute venner! I kunne mich en stor tjenest gøre, om I ville mich lade høre, hvorledes I synge. (Við Wilson). Hvat hedder det nu?

Mr. Wilson.
Stev!

Blumenduft.
Hvorledes I synge stev. Jeg har hørt, at I det uhyre godt kan gøre. (Við Wilson). Man må dem lidt flattere. (Við hini). Det skal ganz merkvürdig være.

Gulakur.
Eg trúgvi ikki, tú kanst halda tað vera stuttligt.

Blumenduft.
I må jer ikke genere; jeg skal ikke nogen streng kritikus være. Om det så kommer en lille fejl med formen - Herren Gott! Man kan doch ikke andet af bønder sich vente. Wenn I det gøre, so godt I kan, skal jeg det noch bedale.

Gulakur.
Hoyr, tú góði týskari! Tú kennir okkum ikki. Vit yrkja, tá ið vit hava hug til tað; men vit gera ikki hundakunstir fyri peningar. (Við hini). Siga tit ikki sum eg?

Øll.
Jú!

Blumenduft.
Men, gute, bedste venner, - jeg vil ikke –

Mr. Wilson.
Hør, what skal nu det til? Will I ikke sing stev for me, if jeg beder jer derom?

Gulakur.
Jú, tá ið tú biður okkum.

Mr. Wilson.
Ja well beder jeg jer. Den mand der mener dett godt med jer; men I ikke forstå hinanden. Now, lille Astrid, det er nok bedst, du beginder.

Astrid.
Eg skal royna; men eg hugsi ikki, at eg dugi í kvøld.

Mr. Wilson.
Oh yes, you do!

Blumenduft (fyri seg sjálvan).
Der verfluchte Engländer!

Astrid.
Nú vil eg ikki av orðum spara,
so dygt eg øllum skal aftur svara,
ja, tað skal fyrr tróta vatn í hav,
enn nakar her meg skal ríma av.

Gulakur.
Eg spyrja vil teg, tú sprundið ljósa,
um tú vilt heldur tann ríka kjósa,
um fyrr tú velur tær ogn og gull
enn hann, ið elskar av huga full.

Astrid.
Gull og góðs kann mær lítið gagna,
og gull og góðs vil eg aldrin sakna;
eg gleðist ikki við gyltan vong,
um eg skal missa mín góða drong.

Gudbrandur.
Um hjarta stendur í elskhugs brandi,
ja so er vituligt eingin vandi;
um heitur alskur er millum tvey,
væl liva tey fyri uttan breyð.

Astrid.
Væl manst tú teg fyri ríkan kalla,
tó góða konu, tað fært tú valla;
ja um tú átti alt Noregs land,
eg knýtti ei við teg festnarband.[2]

Blumenduft.
Bravo, bravo! Jeg vil ochso probieren. (Við Wilson). Går det an?

Mr. Wilson.
Very well!

Blumenduft.
Ja, for jeg kan ochso improvisere.

Eg kann ei við mínum lysti biða,
men eg má reina við teg at striða,
men eg vil — eg vil —
Ja, hvorledes var det nu?

(Tekur tað uppaftur og stendur fastur í sama stað).

Astrid.
Eg skal hjálpa tær.

Tú kanst ei við tínum lysti bíða,
og tú vilt bjóða mær av at stríða;
men best tú ikki ov naskur gekk,
tú minst til slagið, ið vangin fekk.

Gulakur.
Hahaha!

Blumenduft.
Hahaha! Bravo! (Fyri seg sjálvan). Ein kleines malicioses Ding. (Við Wilson). Det er det fremde sprog, som generer mich.

Gudbrandur.
Tá gentu sekstanda ári líður,
hon háð og spott sínum biðlum býður;
men er hon tjúgu, tá mestur sæst,
hon sigur takk til hvørt eygnakast.

Astrid.
Um tú vilt royna við orð og lótum
at vinna nakað av vøkrum snótum,
tú sært, at gentan sum fuglur er,
um hart tú rópar, hon burtur fer.

Gulakur.
Um tú vilt rýma til verðsins enda,
um tú vilt heiminum bakið venda,
ja, um tú flýggjar frá faðirs garð,
tær fylgir ein, sum væl unnar tær.

Astrid.
Ei slektin mín meg til tað skal kúga,
at verða stórtingsmans Gudbrands frúa,
og vita skula her øll nú tað,
eg tori siga væl nei sum ja.

Ólavur.
Lat nú vera við hasum tvætlinum! Latið okkum heldur koma til at dansa!

Mr. Wilson (við Blumenduft).
Det er en snild pige, den Astrid.

Blumenduft.
En ganz merkwürdich pige. Hun er så satirisk; men hun mener ikke noget med det. — Wenn de blot kunne synge højtysk! Det, de taler, er doch kun en tysk dialekt.

Birita.
Komið nú, tá ið tit vilja. Stovan er ruddað. (Spæl hoyrist).

Ólavur.
Komið nú! Hoyrið, tey eru longu farin at dansa harinni.

Gudbrandur (við Astrid).
Eg má tala við teg undir fýra eygum.

Astrid.
Lat tað bíða! Nú tarnar tú mær bara.

Gudbrandur.
Tá ið tað verður hildið uppat at dansa, minst so til mín.

Blumenduft (við Astrid).
Smukke barn, må jeg bede om et par ord.

Astrid.
Nei, nú fari eg at dansa; tað er stuttligari.

Blumenduft.
Men når dansen er til ende, lad mig da træffe dig.

Astrid.
Tú kanst hyggja eftir mær her.

Blumenduft.
Ja, så kan vi blive gute venner igen. Husk, at jeg venter.

Astrid.
Ja, bíða tú bara. (Fer leiðandi við Gulaki).

 

[1] (Sambært minningarútgávuni: ”Rasmus Effersøe 1857-1957”, 1957 og ”Songbók Føroya fólks”, 1913 hevur Jóannes Patursson yrkt sangin),

[2] (Sambært minningarútgávuni: ”Rasmus Effersøe 1857-1957”, 1957 og ”Songbók Føroya fólks”, 1913 hevur Jóannes Patursson yrkt sangin)

 

To top

Triði partur

Ingibjørg við vindeygað. Nykur í ánni.

Nykur.
Summarnáttin blíða er um grønar líðir løgst,
rurar alt í blund;
ánni loyvst ei frið at sova, hon má leika enn,
streyma hvørja stund,
dunandi hon fossar nátt sum ljósan dag;
útløgd má hon renna, skunda sær avstað;
aldrin frið, aldrin frið hon fær,
syrgjandi leikar, skvøtt á klettar slær.

Ingibjørg.
Syrgjandi áin skvøtt á klettar slær.

Nykur.
Elvur elur blómurnar um áarbakka mín
víða gjøgnum dal.
Spreingir gjøgnum fjøll við lyst og ruddar gøtu sær
gjøgnum elvarsal,
brýtur berg og ger sær slóð at renna frítt,
fossar gjøgnum fjallaskarð og streymar strítt;
hoyrir tú, hvat hann kvøður her:
aldri hann møddist enn á síni ferð.

Ingibjørg.
Aldri hann møddist enn á síni ferð.

Nykur.
Men um hann varð troyttur av tí longu, tungu leið,
og ei meira rann,
følnaði hvør blóma fríð, í lundini hvørt leyv,
ei eitt strá eg fann,
sum tá kundi klæða mína heimahøll;
horvið var frá mær alt vakurt millum fjøll:
rósan fríð og tann blanka bjørk,
syrgiligt var tá her í oyðimørk.

Ingibjørg.
Syrgiligt er mær her í oyðimørk.[1]

Ólavur.
Komið tykkum nú til hvílu.

Birita.
Eg hopi, at tit taka til takkar, um tað eisini verður nakað trongt.

Ólavur og Birita.
Sovið væl!

Øll.
Góða nátt!

Birita.
Bíða, Astrid! Eg havi nakað at siga tær. Hvar er Gulakur farin?

Astrid.
Hann fór til fjals at leita eftir Torsteini. Neyðardýrið, hann fær hvørki dans ella svøvn.

Birita.
Eg vildi ynskt, at hann var blivin verandi her; so kundi hann nú gjørt tað, ið hentari var. - Tig, har kemur nakar.

Astrid.
Tað er Gulakur.

Gulakur.
Astrid! Ert tú her? Og Birita! Ja, eg havi ikki Torstein við enn. Eg ætlaði at fáa eina línu og so fáa Svein og Haldór til at koma við.

Birita.
Hvat ætlar tú tær tá?

Gulakur.
Vit mugu leita í tí stóru gjónni í Prestahaganum. Er hann fallin nakrastaðni, so má tað vera har.

Birita.
Í Prestahaganum?

Gulakur.
Ja!

Birita.
Har finna tit ikki Torstein.

Gulakur.
Ja, so veit eg ikki, hvar hann er at finna.

Birita.
Ja, men eg veit tað.

Gulakur.
Tú! Men í Harrans navn, hvar er hann tá?

Birita.
Tig! Tig! Ver meiri spakmæltur! (Hulliga). Torstein er tikin inn í bergið.

Astrid.
Nei, mamma.

Gulakur.
Kanst tú trúgva uppá sovorðið?

Birita.
Vildi tú væntað, at tú kundi dottið oman?

Gulakur.
Nei, um hásummarið hugsi eg ikki, at tað hevði borið til.

Birita.
Og enntá væntar tú, at Torstein skal vera fallin? Nei, tað er ikki soleiðis vorðið. - Hoyrið meg, børn! Yviri í Mjørkadali, sum eg eri slektað frá, hvarv einaferð ein ungur maður burtur við fjøll. Tað var Guttormur á Heygum, hann, sum doyði í fjør. Tey leitaðu eisini eftir honum bæði í gjáum og urðum, eingin Guttormur fanst.

Gulakur.
Hvaðani kom hann tá?

Birita.
Tá livdi gamli Tóri, gravarin, og hann visti meiri enn øll onnur fólk. Hann læt teir leita, sum teir vildu, til onga nyttu; men eina hósnátt, líka sum nú, í sólarrenningini fór hann einsamallur upp í kirkjutornið og ringdi. Hvat ið síðani barst til, veit eg ikki; men nokk var tað - morgunin eftir var Guttormur í síni song, og eingin fekk út úr honum, hvar hann hevði verið.

Gulakur.
Mundi tað vera ringingin, sum loysti hann út?

Birita.
Ja, Gulakur, tá ið klokkan ringir, er tað Harrin sjálvur, sum kallar síni børn til sín; og so hava trøllini ikki veldi yvir okkum, uttan at vit sjálv vilja.

Gulakur.
Ja, tað hevði verið ein roynd.

Birita.
Nei, nei, nei, eingin roynd. Tað, ið sáað verður í iving og vantrúgv, kann ikki bera góða frukt.

Nú dimmið her í dali er,
tí sólin fór sín kós,
og myrkursveldi ræður her,
send, Harri, nú títt ljós!

So eyðmjúk rópi eg til tín,
loys tað, ið myrkrið bant.
O hoyr meg, góði faðir mín, 
so væl tú hjálpa kant.

Kom, eg skal fylgja tær, og Astrid kann koma við okkum. (Tey fara).

Blumenduft (kemur).
Astrid! Er du hier? Nej, hun ikke være kommen, men hun kommer nokk. Ein merk-würdiges Geschöpf! (Fer til høgru síðu).

Gudbrandur (kemur til frá vinstru síðu).

Her er tað, hon eigur at vera. Nú skal eg læra hana. Hon sigur, at hon ikki skoytir um meg. Tað man vera tann púra lygn. Eg kann ikki fáa í mítt høvd, at nøkur kvinna í verðini ikki vil hava meg. Tað er ein ómøguligheit, ein fýsisk ómøguligheit.

Blumenduft.
Skulle hun ikke komme. Jo, hun har det lovet, och hun er ein Kind der Natur. Ein Kind der Natur hält immer sein Wort.

Gudbrandur.
Hon sigur, at hon ikki skoytir um meg, tað er djarvt; men tað dámar mær ikki illa. Ein maður sum eg eigur at fáa sær eina konu, sum hevur dirvi. Tað er í sín ordan, og tá ið eg haldi tað vera í sín ordan, hvør er tá so nasadjarvur at siga, at tað er ikki í sín ordan? Tað vil eg spyrja um.

Blumenduft.
Huh — hier ist niederträchtig kalt.

Gudbrandur.
Hasum Gulakinum má eg hava kløur í. Hann er ein aristokratur - ein fíggindi av grundlógini. Hann má kallast til ordan.

Blumenduft.
Hun ikke kommer, jeg må probiere at kalde.

Gudbrandur.
Hvar tramin er gentan?

Báðir.
Astrid!

Blumenduft.
Kommer du nu?

Báðir.
Astrid!

Gudbrandur.
Kom við skjótheit. - Astrid!

Blumenduft.
Jeg hörte noget.

Gudbrandur.
Eg meini, eg hoyri tos.

Báðir (lurta — hvør sínumegin).

Gudbrandur.
Nei, her er ikki livandi lív.

Blumenduft.
Es war vielleicht das Echo. Im bergigen Gegenden soll es ausserordentlich stark sein - Astrid!

Gudbrandur.
Astrid! Ger meg ikki illan!

Blumenduft (lurtar).
Nun wieder! Wunderbar.

Gudbrandur.
Ohoy! Tú!

Blumenduft.
Der er en mand. Det er vel bedst at gå.

Gudbrandur.
Hoyr, vinur mín! Hvør ert tú?

Blumenduft.
Han siger ven, så vil jeg blive. (Teir møtast).

Gudbrandur.
Er tað týskarin, ið her gongur og sníkist.

Blumenduft.
Ah, det er Gudbrand, stortingsmanden.

Gudbrandur (fyri seg sjálvan).
Eg má fáa at vita, hvat ið hann hevst at. (Hart). Sig mær, hvat vilt tú her?

Blumenduft.
Jeg var ude at spatsere i det dejlige vejr.

Gudbrandur (fyri seg sjálvan).
Hann má hava okkurt fyri her, eftir sum hann ikki vil fara.

Blumenduft (fyri seg sjálvan).
Jeg må nok tale rent ud af posen, for at få ham til at gå. (Hart). Ærlig talt. Jeg går og venter på et stævnemøde med en af jere smukke jenter. Du kan tænke, at du generer. - Jeg vil gerne give dig en to-tre kroner, om du vil gå din vej straks.

Gudbrandur.
Vilt tú geva mær pengar?

Blumenduft.
Ja, tag ti kroner og gå herfra.

Gudbrandur.
Hvat sigur tú?

Blumenduft.
Vil du ikke?

Gudbrandur.
Vilt tú keypa ein frían norskan bónda við tínum silvuri?

Blumenduft.
Nej, kære ven, nej ingenlunde.

Gudbrandur.
Um frían norðmann nú fyri gull
keypa vilt tú!
Ja, um tín kista er floytifull,
tað er spilt, tú!
Um stórur maður tú heima ert,
sum rekavætti tú í Noreg fert,
veitst tú tað, tú!

Blumenduft.
Men, min kære ven, lad dig doch tale til rette.

Gudbrandur.
Hvør er tann gentan, tú vilt finna her?

Blumenduft.
Det er Astrid.

Gudbrandur.
Astrid!

Blumenduft.
Ja, Astrid!

Gudbrandur.
Astrid her hjá Ólavi bónda?

Blumenduft.
Ja, netop hun.

Gudbrandur.
Nei, nú verður tað ov stuttligt. (Trívur hann í bringuna).

Blumenduft.
Avv! Avv! Hjælp!

Gudbrandur.
Tær nyttar einki um hjálp at rópa,
veitst tú tað, tú,
títt stóra mót skal eg burtur sópa
sum ein vøtt, tú.
Ja, eg vil knoða teg undir il,
títt hjartablóð eg nú síggja vil,
tað vil eg, tú!

Blumenduft.
Men, min kære ven, hvad har jeg gjort dig imod?

Gudbrandur.
Títt hjartablóð eg nú síggja vil,
tað vil eg, tú.

Blumenduft (rennur undan, Gudbrandur aftaná).

Gudbrandur.
Lat nú hatta dylhøvdið renna at fjandanum! Eg fari inn at leggja meg.

Ingibjørg (kemur oman at ánni).
Summarnáttin blíða er um grønar líðir løgst,
rurar alt í blund;
hjartað fær ei frið at hvíla, tað má leika enn,
sláa hvørja stund,
má við pínu tita nátt sum ljósan dag,
barmin vil tað spreingja fyri hvørt eitt slag,
aldri frið, aldri frið tað fær,
syrgjandi leikar, sárt í barmi slær.

Nykur.
Syrgjandi hjartað sárt í barmi slær.

Ingibjørg.
Ja, nú er nátt í mínum sjúka barmi, ein nátt so myrk, - hvør stjørna slóknað er, og aldri, aldri kemur dagur aftur. Stór var mín gleði fyrr. Hvat eigi eg nú eftir?

Nykur.
Hvat eigur tú nú eftir?

Ingibjørg.
Alt, alt eg havi mist.

Nykur.
Tó, minnið enn er eftir. Lat minnið bera aftur tíð, sum burtur rann: Eitt fagurt summarkvøld stóð gildi her; av ungum, reystum dreingjum full var stovan, tú sást ei meir enn ein.

Ingibjørg.
Ja, tá eg sá hann fyrstu ferð. Í dansinum við honum fleyg eg burt í annan heim. Við honum gekk eg fram við ánni langa leið; og mánin glitrandi á vatnið skein. Hann sang og skemtaði, og hvørt eitt orð, hann talaði, eg goymi enn sum gull.

Nykur.
Burtur fór hann. Dagar gingu, vikur svunnu, mangan mánað tíðin kreyp; tó eingin løta leyp, sum tú ei hugsaði um hann.

Ingibjørg.
Tað var ein tunglig tíð. Mjørki fjaldi mína sál. Eg gekk sum burtur heilt í øðrum heimi. Eingin grunaði mín vanda. Um svøvnur mundi frá mær flýggja, um húsið náttartíð bleiv mær ov trongt, eg kom til ánna her. Tann tunga trá væl lætnaði, sum míni tár tey runnu her í stríðan streym.

Nykur.
Ein vetur fór, so tokan lætti av. Við ánna her, hvar tú við suff og tári fyrr útoysti tína sorg, um várið Torstein fyrstu ferð teg tók í favn.

Ingibjørg.
Ja, her hann tók meg í sín sterka favn, og gleðin streymaði í hvørja hjartavrá. Sum fyrsta vársól stígur yvir fjallið, soleiðis kom hann. Mær dalurin varð tvífalt ljósur, hvør blóma varð mær tvífalt meiri fríð og ynnilig. Hvør fuglur, sum til reiðrið pjøkin dró, mær sýntist syngja tvífalt vakrari, enn fyrr eg hevði hoyrt tað.

Nykur.
Ið hvussu høgt um dagin sólin gongur, um kvøldið fer hon tó til viðar; um hon um summartíð fer høgt og víða, tað kemur eftir vetrartíð, tá hon ei meir í dalin skínur. Nú veturin er komin teg at vitja, og einki summar kemur eftir.

Ingibjørg.
Nei, einki summar kemur eftir.

Nykur.
Torstein er deyður. Sum lukkan fyrr var stór, so er nú sorgin tvífalt størri.

Ingibjørg (syngur).

Hjartansfegin var eg: ljósar dreymar droymdi eg,
um mín hjarta svein,
nú er alt umskift, nú sorgin festi búgv hjá mær,
eingin stjørna skein,
síðan hann fór burtur, bæði nátt og dag,
um tann árla morgun sum við sólarlag,
dimmið svart, dimmið svart her lá.
Hvat kann meg svala, lætta tungu trá?

Nykur.
Áin kann svala, sløkkja tyngstu trá. (Tað ringir - Nykur hvørvur).

Ingibjørg.
Klokkan ljóðar; tó eitt annað ljóð hon hevur fyri mínum oyrum nú enn fyrr. Fyrr sum barn eg gekk í túni - hoyrdi halgidagar klang úr kirkju. Friður fylti tá mítt hjarta, nú mær ljóðið ikki annað ber enn sorg í barm, leggur í mítt sinni meiri tyngd og økir mína neyð. (Tað heldur uppat at ringja. Nykur kemur fram aftur).

Ingibjørg.
Torstein! Torstein! Hvar ert tú nú? O! Skulu vit ei finnast aftur? Er eingin gøta, eingin stíggjur fyri mær í myrku nátt? Er eingin, sum ta miskunn hevur, meg at leiða vegin fram til tín?

Nykur.
Jú, kom við mær!

Ingibjørg.
Hvagar gongur leiðin?

Nykur.
Til Torstein, til tín hjartans vin.

Ingibjørg.
Kanst tú mær vísa veg til Torstein?

Nykur.
Ja, kom nú, um tú dirvi hevur.
 

Ingibjørg.
Eldur, vatn og deyðin sjálvur kann meg ikki ræða, um eg havi hop at koma fram til vinin mín.

Nykur.
Har, sum froða undir fossi kókar, har mátti Torstein geva upp anda. Í dýpi liggur hann nú kaldur. Ormar krøkja seg og leggja seg til hvílu á breiðu bringu. Hjartað tað djarva og tey eygu blíðu eru nú í vatni sodnað; bleikar varrar suffa enn: Kom Ingibjørg, kom!

Ingibjørg.
Ja, vinur mín, eg komi. Er tað kalt hjá tær, tá sløkkist brandurin í mínum barmi. Er tað myrkt hjá tær, tá vil eg vera við í myrkri.

Torstein (kemur við skund).
Ingibjørg.

Ingibjørg.
Ja, eg komi (skundar sær at ánni).

Torstein.
Ingibjørg, hvat vilt tú hjá nykinum?

Ingibjørg.
Hjá nykinum! (Hon fellur í óvit. Nykur hvørvur. Tað lýsir).

Torstein (setist á ein stein við Ingibjørg í føvninginum - kvøður).

Arma hjarta! møddist tú?
hevur sorgin boygt teg niður,
hoyr nú, hvat tín biðil bíður:
Glað og fró tú vakni nú!
gloym tú minnini tey sáru,
:,: gloym tú hvørja beiska táru :,:
frá tær fleyt!

Far í dreymalandið inn;
hvíl teg nú úr øllum vanda,
ljótir dreymar hava andað
eitur í títt sjúka sinn;
brátt skal aftur sólarljósið
:,: ala fríska heilsurósu :,:
tær á kinn.

Ingibjørg (reisist).
Torstein.

Torstein.
Ja, Ingibjørg, her eri eg hjá tær.

Ingibjørg.
Hvar hevur tú verið so leingi? Og hvar havi eg verið? Nei, lat meg ikki hugsa um tað. Tað var ein ringur dreymur, einki uttan ein dreymur. (Hon hálsfevnir hann). Nú havi eg fingið teg aftur. Torstein. Nú mugu vit ikki aftur skiljast.

Gulakur (komandi).
Torstein! Hurrá!

Birita og Astrid.
Torstein!

Torstein.
Her koma góðir vinir. Góðan morgun, øll somul. Nú kom eg tó aftur.

Astrid.
Tað var eisini fyri neyðini, at tú komst nú.

Gulakur.
Nú, Ingibjørg! Nú er handa sorgin yvirstaðin. (Við Torstein). Ert tú ikki svangur, og vilt tú ikki sova ?

Torstein.
Nei!

Gulakur.
Og tú ert heldur ikki fallin og smildraður?

Torstein.
Nei, mær bilar einki.

Gulakur.
Tað var væl. Farið væl so leingi.

Astrid.
Hvar fert tú?

Gulakur.
Ver ikki bangin. Eg skal ikki vera burtur í 3 samdøgur. (Fer).

Torstein.
3 samdøgur! Hvør hevur verið burtur í 3 samdøgur? Sig mær, Birita, hvat dagur er í dag?

Birita.
Tað er fríggjadagur.

Torstein.
Og eg, sum havi sovið alla tíðina.

Birita.
Sovið?

Torstein.
Ja, eg var sovnaður og vaknaði ikki við, fyrr enn eg hoyrdi tað ringja.

Birita.
Ja, børn míni, lat okkum ikki gloyma at takka Harranum, hann hevur bjargað okkum úr stórum vanda.

Ingibjørg.
Ja, tað hevur hann.

(Tey somu og øll hini uttan Blumenduft).

Gulakur.
Har er hann.

Mr. Wilson.
Now, Torstein! Whor har du været så længe?

Torstein.
Eg -

Birita.
Hann elti hatta reinsdjórið, til hann kom í Mjørkadal og viltist.

Mr. Wilson.
Well - tænkte det nokk. - But whem kommer there ?

(Tey somu. Blumenduft).

Blumenduft (við Wilson).
O hjælp! hjælp!

Mr. Wilson.
Hvat is upp, Sir?

Blumenduft.
Beschütze mich mot den Mensch! Hann være efter mich um at drebe mich.

Gulakur.
Hvør?

Blumenduft.
Den stortingsmand, den Gudbrand.

Gulakur.
Hann - hann liggur her inni og svevur, so at hann rýtur.

Blumenduft.

Ja so! Hann nu sove - hann har efter mich den hele nacht været - opad bachen und nedad bachen, und so faldt jeg hvert augenblich på disse verdamte stene. Men - hann snart være vågen — jeg må straks hin weg.

Gulakur.
Ver ikki bangin, hann skal ikki sleppa at skala teg.

Blumenduft.
Kann jeg mich derpå forliden? Hör, I gute venner, vil I mich det alle zusammen love?

Øll.
Ja.

Blumenduft.
Dakk! Dakk! So vil jeg blive. - For jeg vil sige, jeg ikke forstå eders måde at duellere på. Wenn hann f. eks. mit klingen fechte kunne, so -

Astrid.
Hann hevur gloymt alt burtur, tá ið hann vaknar.

Blumenduft.
So, tror I werklich det. (Vendir sær ímóti henni). Astrid, er det du? Det har din skyld været. (Teskar við hana).

Mr. Wilson.
Hør, Torstein! Det war min skyld, at du for wild mellem fjældene. Men jeg will gøre det gott again. Jeg vil gøre din bryllup, og so jeg will give dig to hundrede kroner i brudegave.

Torstein.
Takk skalt tú hava, tað var vorðið sum vinarligt; men eg nýti ikki krónurnar. Vilt tú gera væl, so gev tær heldur til Gulak og Astrid, so at tey kunna sleppa at halda brúdleyp saman.

Mr. Wilson.
Well, I will do that.

Blumenduft.
Hör, Mr. Wilson! De ville ikke blive vred, om jeg ochso kunne have lyst at ferere de unge folk to hundrede kroner til bryllup.

Mr. Wilson.
No, ikke en smul. (Við hini). Vor good ven will give 200 kr. til de unge folk.

Blumenduft.
Ja, det er mich en stor ehre.

Torstein.
Nú, Ólavur, hvat sigur tú nú?

Ólavur.
Íðan, íðan, lat tey giftast meðni.

Gulakur.
Hurrá —

Blumenduft.
Haha! So bliver den Gudbrand narret.

Gulakur.
Eg takki okkara gestum báðum. Væl gangist teimum.

Øll.
Væl gangist teimum.

Gulakur (við Wilson).
Hvar, ið tú vilt fara yvir berg og urðar, áir ella gjáir, skal eg fegin vera tín fylgisveinur.

Astrid (við Blumenduft).
Eg skal aldri narrast meiri við teg og aldri aftur geva tær undir vangan.

Blumenduft.
Eders tak er min dyrebareste løn. Jeg er så rørt. Jeg kan ikke tale. (Fyri seg sjálvan). Ach die liebenswürdige Kinder der Natur.

Birita.
Náttardimmið svann, og Harrin sína sól til okkum aftur sendi.

Ingibjørg.
Faðireygað vakir, um vit ganga fram í blindum.

Torstein.
Myrkrið hevur okkum gingið nær, ljósið hevur sigur vunnið.

Ólavur.
Nú skal her vera gleði. Ei betri brúdleyp skal í Dali spyrjast.

Øll.
Okkum vitja gestir góðir
her um summartíð,
um teir kunna vera fróir,
eru vit so blíð.
Um at høga fjallið fjalir
burtur vetrarsól,
summarheitur er tó dalur,
eigur grønan hól.

Vit, sum her í dali búgva,
síggja tað so gløgt,
hvussu fuglar burtur flúgva
upp um fjallið høgt.
Veturin teir burtur rekur
- long tann leiðin er,
tó um várið fuglur tekur
aftur reiðrið her.

Ikki vit sum fuglar fara,
liva her við frið,
rætt og sannleika enn vit æra
meir enn hovmans sið,
enn vit gamla búnað bera
- øll vit halda eitt,
bert og beint má orðið vera,
altíð stutt og greitt.

[1] (Sambært minningarútgávuni: ”Rasmus Effersøe 1857-1957”, 1957 og ”Songbók Føroya fólks”, 1913 hevur Jóannes Patursson yrkt sangin)

To top

Viðmerkingar

Jens Christian Hostrup var danskur yrkjari, leikritahøvundur og prestur, føddur í 1818 í Keypmannahavn. Hann tók studentsprógv í Metropolitanskúlanum í 1837 og leyk gudfrøðiprógv í 1843. Í árunum frá 1854 til 1880 var hann prestur fyrst í Silkeborg, síðan í Hillerød. Hann doyði í 1892.

Kendastu leikrit hansara munnu vera ”Gjenboerne”, 1844, og ”Eventyr på Fodrejsen”, 1847, men tað var leikur hansara ”En nat mellem fjeldene”, á donskum róptur et syngespil, sum gjørdist kendastur í Føroyum. Hostrup var liðugur við leikin í 1850, men hann varð ikki framførdur á kongliga leikhúsinum fyrr enn í 1863 (framførslurnar vóru bara seks). R.C. Effersøe týddi leikin, og í apríl í 1890 varð hann framførdur saman við leikinum hjá Sigrid Niclasen ”Jákup á Møn”. Heitið var tá ”Hjá dalabøndrum”, seinni skrivað ”Hjá dalabóndrum”, nú oftast ”Hjá dalabóndum”.

Hostrup, ið ofta nýtti dulnevnið Jens Kristrup ella Jens Christrup, var tvær ferðir giftur. Seinna konan var dóttir danska høvundan Carsten Hauch (1790-1872), sum eisini skrivaði ein leik, ið gjørdist væl umtóktur í Føroyum. Tað var ”Søstrene på Kinnekullen”, sum kom út í 1849. Thomas Nygaard (1900-1971) týddi leikin og nevndi hann ”Systrarnar á Kinn”. Hann stóð í Varðanum 21. bindi, 1941, og kom í serprenti árið eftir.

Á Føroya Landsbókasavni er eitt handritasavn, sum hevur skrásetingarfrámerkið F XIV og heitið Effersøe, R.C.: ”Ymisk handrit”. Edward Mitens læt Landsbókasavninum tað á sumri 1957.  Innihaldið er brøv, yrkingar og sjónleikir. Eitt av handritunum í hesum savni er eitt stílahefti, sum er 68 síður til longdar. Skrivað er á 59 tær fremstu síðurnar í heftinum. Á tí stendur skrivað:

”Rasmus Effersøe, móðurbróðir mín, doyði 23. mars 1916. Nakað seinni bað systir hansara Sanna Effersøe meg eftirhyggja brøv o.t. Tá fann eg hesar partar av handritið til ”Hjá Dalabóndum”.

Handritið fevnir um allan leikin, tá ið sæð verður burtur frá 7 teimum fyrstu tilsvarunum. Tað byrjar við orðunum, sum huldan sigur við nykin: ”…treingja í tann unga barmin og vekja trá og óvinnuliga ræðslu, tað triðja dimmið skal títt verk fullføra.”

”Hjá dalabóndum” verður prentaður sum framhaldstilfar í ”Tingakrossi” 1. árg. nr. 1-15, 1901. Upprunaleikir Rasmusar verða hetta sama árið prentaðir í sama blaði í hesi røð: ”Magnus” nr. 16-27, ”Best man vera, sum er” nr. 28-48 og ”Gunnar havreki” nr. 47-50. Allir leikirnir koma út í bók sama ár: R.C. Effersø: ”Sjónarleikir”.

Seinni er ”Hjá dalabóndum” prentaður í ”R.C. Effersøe: Minnisútgáva” 2. bind, Josephine og Edward Mortensen góvu út, Tvøroyri 1917 og í ”Rasmus Effersøe 1857-1957”, minnisútgáva, Edw. Mitens gav út, Tórshavn MCMLVII.

Í grein síni í ”Varðanum”, 5. bindi, 1925, skrivar Chr. Holm-Isaksen, at ”Hjá dalabóndum” skjótt varð yndisleikur føroyinga, og hann veit, at hann umframt í 1890 varð framførdur í Havn í 1894 og beint eftir aldaskiftið 1900. Hann nevnir eisini, at leikurin var framførdur í Nólsoy og á Sandi tíðliga í øldini. Seinni hevur hann verið spældur í Klaksvík, í Vestmanna, Sandavági, Vági, Gøtu og á Velbastað - ivaleyst aðrastaðni við.

* * *

Í søguni ”Dilettanterne” í savninum ”Her skal danses”, 1980, viðger William Heinesen eina sýning, har ”Hjá dalabóndum” var framførdur í Havn (hann man sipa til framførsluna tíðliga í  20. øld). Marianna Debes Dahl týddi.

Umframt Fabian munnu óivað framvegis vera onkur fólk væl við aldur, sum minnast gamla leikhúsið við Tinghúsvegin, ta longu tjøraðu lonina við smárútutu vindeygunum og við so grønari flagtekju, at tað var ikki rættiligt.

Aftur at tí lítlu leikhøllini, ið eisini varð nýtt sum veitsluhøll, var í húsinum ein uppaftur minni ”gestastova”, har ið tú fekst svartan, enskan portara (hetta var í tíðini fyri bannið) og vindlar, og harafturat saltaðar mandlur og søtar mandlistengur, og var okkurt serligt á vási, rættiligar smáar veistluverðar, ið vórðu gjørdir til í einum lítlum køki niðri í kjallaranum.

Framman fyri hesum undurføgru (og – tað hildu Rougaard prestur og missiónin – ikki bara nyttuleysu, men eisini spillandi) húsum var ein urtagarður, har ein lítil á rann, og millum teir tøttu stikkulsber- og ripsrunnarnar stóð ein leyvsmátta, sum als ikki sást uttanífrá. Tað segðist, at flagtekjan vaks so frágera væl, tí húshovmeistarin ella veitslustjórin, sum hann vanliga varð róptur, altíð sá til, at goymslan av mannatrekki frá veitslulagi kom flagtekjuni væl við (hetta var jú í teirri tíðini, áðrenn fólk vóru farin at nýta vesi).

Hóast hon var lítil, er at siga um leikhøllina, at ikki var sørt av tign og myndugleika yvir henni. Á forpallin høvdu tey málað tvær rættar joniskar súlur, og á tvørbitanum millum súlurnar stóð skrivað ”Til gaman og álvara”. Tað var ein, ið var fluttur higar úr Keypmannahavn, ið ógvuliga vakurt hevði málað hetta. Hann var beiggi víðagitna djóramálaran Th. Philipsen. Tað glæsiliga fortjaldið – gáva frá kongaliga leikhúsinum, hetta hevði hesin sami Philipsen fingið í lag – var av Frederiksberg slotti sæð frammanífrá úr blómugarðinum. Í einum horni í høllini stóð ein stórur ovnur, ógvisliga brynjaður, tí tey ræddust eld. ”Jarnkanslarin” hevði onkur hittinorðaður doypt hetta dapra skepilsið. Í hinum horninum – aftur at forpallinum – stóð haldgóða, lága leikhúsklaverið, sum so strangliga breiðvaksið og við skurslutu vangum sínum kundi sipað til eitt gamalt og harðliga roynt slagskip, ið kortini framvegis er bardagaført (virkisfrámerki: Gebrüder Nagel, Hamburg).

Ikki er ringt at hugsa sær, at pallviðurskiftini í tí lítla leikhúsinum vóru út av lagi náðilig. Framljósið kom frá einari røð av tíggju petroleumslampum, sum, var nakar gjóstur, osaðu illa, og sum tey leikandi sjálv, meðan tey framførdu, av og á varisliga máttu skrúva veikin á, soleiðis at hesar lampurnar ikki fóru at slíma. Eldsváðin hevði við sær, at annað ljós ikki fór at verða nýtt fyrr enn í 1911, tá ið tey fóru at nýta ravmagnslummalampur (tað var annars fjarritarin Bartholdy, ið tók stig til hetta, hann dugdi altíð so væl at finna uppá). Tá bílegði leikarafelagið tólv lummalampur, sum fyrstu ferð vórðu nýttar, tá ið romantiski sangleikur Hostrups ”Hjá dalabóndum” varð framførdur, og lampurnar vórðu av røttum væl fagnaðar, serliga tá ið ljósið skuldi gera vart við eina fyriskipan, har ið vatn rennur, í  leikbrotinum við  nykinum og hulduni (hann, ið fekk hetta í lag, var Arge, vatnmeistari, sum sjálvur spældi fjallatussi í leikinum).

Sum heild vórðu nógvar snildir lagdar í hesa framførslu, og øll gjørdu sítt besta. Myndatakarin Holmblad (sum sjálvur spældi tann steinbýtta týskin í leikinum) hevði burtur úr glitur-og silvurpappíri (gáva frá Poul Niclasen, bókhandlara, ið sjálvur spældi leiklutin hjá bítska stórbóndanum Gudbrandi) gandað fram dárandi summarnáttarhimmal, sum lágur, grannskógarvaksin kambur í hátiðarligari kvirru dagaði upp ímóti. Tað var Isaksen, málarameistari (sum sjálvur spældi fjallakongin, so at fólk, hóast tað ikki var tilætlað, sótu í skellilátri), ið hevði skorið út og málað. Tað var eisini Isaksen, sum hevði funnið upp á ósjónliga útbúnaðin, sum kundi nýtast til – spakuliga uttan at nakar varnaðist - at draga eitt spjell frá einum opi í klettinum og avhylja gyklaða Tórstein liggjandi av vísa seg andleysur – ein sjón, ið fekk mong at nøtra, og sum  frumframførslukvøldið fekk frúuna Griersen, gistingarhúsvertskonu, at svíma, so sýningin mátti steðgast, meðan Fredericia, lækni, ið spældi við í leikinum sum bóndin Halvor, trein niður av skráanum og við einum glasi av konjakki fekk lamda konufólkið aftur til lívs.

***

So kemur spennandi løtan, tá ið tjaldið fer upp

Ímeðan verður stóri leikurin, sum øll við longsli og bivan hava bíðað eftir, sýndur á fyrsta sinni.

Ikki er lætt at veita nútíðini, ið lítið rínur við, hilling á, hvussu veitslukend og hátíðarlig ein frumsýning tá í tíðini var. Bara at skoða tað hvíta slottið á fortjaldinum, ið livdi summarkent í varmanum frá framljósunum, fekk teg at kenna teg sum skryktan burtur úr eintáttaða gerandisdegnum og førdan inn í gandaheimsins margháttligu víddir. Tvær høgar blaðplantur (philodendron), sum Gustavson, urtagarðsmaður, hevði lænt leikarunum, gjørdu eisini sítt. Tær vóru settar á lokið á tað lága klaverið saman við einari kaktus við einari martýrligheit av blómum, sum einkjan Djurhuus átti. Henda kaktus stóð og glógvaði eins og gandakendur altareldur, meðan klaverljósini speglaðust lokkandi í blankaðu tangentunum, sum enn ruku av salmiakspiritussi.

Áskoðararnir vóru komnir í fínasta pussi, tænastumannafrúurnar og konsulsinnurnar á fremstu røðunum vóru uppstásaðar í fínum kjólum og við merkisverdum hársniði. Havandi í huga hitan, sum ikki fór at sleppast undan, tá ið nakað fór at vera fráliðið, høvdu nakrar tikið veitsluveiftrur við sær. Harrarnir vóru í velafrakka ella sendiharrafrakka, og frá fremstu áskoðarasessunum aldaði frálíkur, ógreinandi fínur angi, sum almúgukonur og -gentur har niðri í tí døkkara partinum av høllini fingu bæði fragd og sorgblítt uppgávulyndi av at anda niður í seg. Frá fremstu røðunum hoyrdist eisini ljódligt, men løgið, tølandi konufólkalát, stundum blandast uppí ljómsterkar mannfólkarøddir og spjaddur, tekkiligur, fossandi látur frá føgrum ungum gentum. Frá vanliga fólkinum á teimum aftastu og bíligastu sessunum hoyrdist ikki eitt kis.   

So var alt í einum fullkomin tøgn. Tað sæst, at Heimdal, blaðstjóri, formaður í leikarafelagnum, er farin upp á røðarapallin. Hann er í sendiharrafrakka og við tjúkka, síða, silvurlitta hárinum, nasaklemmuni í svørtum bandi og riddarakrossinum sær hann út sum eitt rættur verðinsmaður. Blaðstjórin er eisini orðkringur maður, fólk lýða hugaliga á fororð hansara, sum bera upp á rím, og – hetta hálvbrokkast onkur eisini um – er komið burtur úr samstarvi við dóttur hansara, ið hevur fingið betri gávur frá Apollon enn hann. Fródliga verður leysliga nomið við, at endamálið við sýningini er góðgerið, sum øll jú vistu av frammanundan, nevniliga at avlopið er ætlað teimum báðum fittu rullukonunum Rakuli og Rikku, nú ið hús teirra um páskirnar vóru farin upp í royk. Síðani takkar hann leikarum og stuðulsveitarum frammanundan, og tvífalt takkar hann amtmanninum, bæði tí hann hevði fingið stóra stuðulin í lag frá kongaliga leikpallinum í Keypmannahavn at lata leikarafelagnum til láns teir vøkru, norsku tjóðbúnarnar úr ballettini ”Hardangerbrúðarferðini”, og ikki minst, tí hann stórliga hevði viljað heiðrað og frøtt leikhús og áskoðarar, tá ið hann fór at byrja sýningina við at lata fólk sleppa at lýða á frálíka klaverleik sín –

”…skønt himlen ved, det arme instrument

har turdet engang bedre dage kende.

- Så kom, Apollon, og de muser trende,

Thalia, Erato og Melpomene,

og dvæl en stund på vor beskedne scene!”

Ógvisligur lógvabrestur. Síðani Ossian-forspælið hjá Gade, ið tann lítli, liðiligi amtmaðurin myndiga spældi stuðlaður av soninum Anders, sum hevði fingið tað til starv at lyfta eitt G í bassinum, sum var so óreint at verða liggjandi, og fáa tað upp á føtur aftur, hvørja ferð spelandi fingrarnir á pápanum hava langað til tað – hvør skuldi trúð, at tað fór at bera til? Men smátt í tað, hesin hugagóði drongur gjørdi lít í seg. Feðgarnir báðir vórðu óføra væl fagnaðir við lógvabresti.

So kemur løtan, tá ið øll sita alspent, meðan teppið skal fara upp. Í fyrstani fer tað eisini upp, men steðgar á hálvari leið, tí fløkja er komin í spælið. Gamli Rubeksen, timburmeistari, og sonur hansara, Adolf, koma við einum stiga; eygnabragdið á tí gamla er steinrunnið, hetta hevur ongantíð hansara langa lív sum teppimeistari verið honum fyri; áttatiogseksára gamli maðurin tykist næstan syndarligur, sum hann stendur har púra fyri ongum í glæmuni frá pallljósunum framman fyri eirindaleysa teppinum. Út undan niðaru teppirondini sært tú nykin við krúnu og hørpu sita í froðandi ánni og rista við høvdinum bæði ráðaleysur og grimur í ásjón. Niðri í salinum hava fólk hug at gnisa, men tað fær ein bráðan enda, tá ið blaðstjórin fer á føtur og býður: Silentium! So til endans eydnast Adolfi at fáa glið á teppið, sum hevjar seg eitt petti, men so endaliga fer á gólv við einum dumsi, sum sløkkir allar lampurnar.    

Íðan – nú verður sum er, Harrin havi lov eingin fekk mein, heldur ikki kom eldur í. Aftur verður fest í lampurnar, tað eru brosandi unglingar á fremstu áskoðarasessunum, ið blídliga koma til hjálpar; løta gongur, áskoðararnir sita tolnir og bíða í skýming og lampuosi – øll uttan Thorup, amtsfulltrúi, tvørballið tað, nú er honum ovboðið, hann rýmir úr salinum og langar óður hurðina aftur eftir sær.

Nú, ið ljósið er afturkomið, savnast spenningurin um nýggja, hugagóða teppiroynd. Sveittadropar liggja oman eftir nasarygginum á gamla Rubeksen, teppimeistara, tað tykist satt at siga, sum fer hann ikki at hóra undan enn einari miseydnaðari roynd. Men, hygga síggj, nú glíður teppið kortini uppeftir og fer upp á pláss, og tað hvíta slottið skikkar sær væl og verður verandi, har ið tað er. Tað ger Rubeksen eisini, hann verður standandi á pallinum, hetta var honum ein sovorðin lætti, at hann gloymir seg burtur og stendur og smílist stillisliga, og teskarin noyðist at klípa hann í beinið, áðrenn hann sansar álvarsemið í løtuni og hokin framyvir fer stumblandi út og hvørvur handan baktjaldið.

Men so er kortini endiliga alt til reiðar á pallinum, og nú ber til at njóta at hyggja at teimum báðum avbyrgdu náttúruandunum, hulduni og nykinum, uttan at nakað kemur uppí og órógvar. –

Huldan, sum frú Nordlund spældi hana, var í einum sjáldsomum plaggi av grønum bløðum og nykurtum, og á tjúkka, leysa hárinum bar hon eina glimmurgullsmíðaða krúnu. Hon var ógvuliga niðurringað, og um hálsin hevði hon ketu úr stórum, skýmliga vatngrønum og ljósareyðum perlum. ”Til hetta úrvalsskreyt og skrúð javnsvaraði drotningarhøvuðburður hennara og djúpa, bergtakandi røddin”, skrivaði Dimmalætting í hugvekjandi ummæli sínum, og heldur fram: ”Í stuttum, avdúkaði frúan ordans, sjáldsamar pallgávur, ja, ilt er at hugsa sær, at nøkur handanhavs Thaliudóttir, enntá ikki Sarah Bernhardt sjálv, tora vit at siga fyri vist, hevði verið før fyri at skapt henda leiklut við størri lívsmegi!”

At summar illar tungur komu til ljótar niðurstøður av hesum ásttiknu lovorðum frá Heimdali, blaðstjóra, er ikki at undrast á. Men nykurin verður annars eisini lyftur upp til skýggja -: ”Frálíki leikstjóri okkara kundi ikki verið hepnari, tá ið hann at útleggja henda devulsliga leiklut valdi júst Nattestad, prentara, við tí langa, skrámuta andlitinum, tí smala, lútandi vakstrarlagnum og tí kámu, men fjøtrandi røddini. Minniligan mun gjørdi serliga hása ýlið frá honum, tá ið kirkjuklokkuljómurin noyðir hann niður aftur í dýpið.”

”Sum heild,” heldur blaðstjórin fram í stóru forsíðuumrøðuni, ”vóru tilburðirnir, ið leiktir vórðu fram við froðandi ánni, teir minniligastu. Hjartanemandi var Ingibjørg, unga festarmoyin hjá umgyklaða Tórsteini, í sorg og einsemi sínum, og unglingin, ið lá deyður uppi millum fjalla á nátt, fekk øll at tára.”

Hini leikandi prísar ummælarin væl hóvsamari, sostatt verður mett, at Niclasen, bókhandlari, var alt ov spakur sum prúði stórbóndin Gudbrandur, og enski lordurin sum Bartholdy, fjarritari, spældi, dámdi so væl seg sjálvan, at tað var leiðiligt; og um Holmblad, fotograf, stendur, at lýsing hansara av málørkymlaða týska professaranum var ósømiliga býttislig, ”sum tá ið hann skifti um ljóðið jó við í í sagnorðinum skjóta.”

Til tess at geva eina fullfíggjaða mynd skal at enda nevnast her, at ummælið hjá hesum Heimdali, blaðstjóra, var fyri hørðum ágangi frá C.F.Rougaard, presti, tá ið prestur í hóttandi grein í ”Tingakrossi” (politiska mótpáva Dimmalættingar) ger vart við ”alt ov týðiligu, búkakandi dáranina”, ið kemur til sjóndar, tá ið blaðstjórin fagnar hulduni, ”sum -  øll sum hon var - var ágangandi dømi um, hvussu siðalagið tíverri í størri og størri mun fellur í órøkt í lítla samfelagi okkara, og hvussu hetta hóttir við at gera av við allar siðreglur í tí.”  

*

Povl Skårup hevur í ”Varðanum” 70. bindi, 2003, skrivað grein, sum víkur at leikinum. Í sambandi við hesa útgávuna hevur hann gjørt nakrar fáar rættingar:

Povl Skårup:

Summarnáttin blíða og Näckens polska

Summarnáttin blíða er ein søga, sum er skrivað av Bergtóru Hanusardóttur og prentað í savni hennara, ”Loynigongir” (1993). Tað er ein sera vøkur frásøgn, sum her bert eitt brot skal takast burturúr, tað sum hevur givið søguni navn.

Ein kvinna gongur gjøgnum hagan eina summarnátt. Tá ið hon kemur fram á ein áarløk, rennur sangurin Summarnáttin blíða henni í huga og veksur í henni, so hon hoyrir hann eymliga innanífrá og fer at syngja hann út í summarnáttina. Hon minnist, hvussu hon lærdi hann í skúlanum:

- Hendan sangin mugu tit duga, sigur lærarin og syngur. Tey syngja við og eru so toluliga komin á lagið í triðja ørindi. Men heilt stinn eru tey ikki fyrr enn dagin eftir ella annan dagin eftir.

- Um hann ikki endiliga er barnasangur, so mugu tit duga hann. Eg veit ongan vakrari.

Sangurin er væl kendur, teksturin stendur m.a. í ”Songbók Føroya Fólks”. Tí verður hann ikki uppafturprentaður her.

Lesarin av søguni hjá Bergtóru fær at vita, hvussu lærarin lærdi børnini lagið, men ikki um hann eisini greindi frá tekstinum, m.a. um hann segði børnunum:

1° hvør ”eg” í sanginum er (hann eigur ein áarbakka og eina heimahøll);

2° hvar ”eg” býr (har er ein lund við leyvi, og har grógva bæði rósan fríð og tann blanka bjørk, tað er so statt ikki í Føroyum);

3° hví áin verður kallað elvur í 2. og 3. ørindi (á bert í 1. ørindi og í orðinum áarbakki);

4° hvat ein elvarsalur er.

Tað sæst heldur ikki, um kvinnan veit hatta, tá ið søgan fer fram, ella yvirhøvur hvussu hon skilir tekstin.

Sangurin er partur av sjónleikinum ”Hjá dalabóndum”, sum er ein umseting eftir ”En Nat mellem Fjeldene” eftir C. Hostrup. Eins og tann danski leikurin fer tann føroyski fram millum fjøll í Norra.

Tann samsvarandi danski sangurin verður sungin av nykinum, men Ingeborg tekur tær seinastu reglurnar av hvørjum ørindi uppaftur. Hann ljóðar soleiðis (her eftir C. Hostrups Komedier, II, 1918, bls. 238-9):

 

Nøkken.

Sommernattens Fred har bedækket Fjeldets Fod,

                 trindtomkring er Livet gaaet til Hvile;

Elven vaager evig, den er Dalens Hjerteblod,

     brusende du hører den ile.

Fredløs gaar for den

Fredens Time hen,

      aldrig faar den Lov til at hvile.

 

Ingeborg (drømmende)

Fredløs gaar for den

Fredens Time hen,

      aldrig faar den Lov til at hvile.

 

Nøkken

Dalens grønne Liv, det er Elvens eget Værk;

      Stenens Vægt paa alting monne hvile,

men den golde Klipperyg den brusende og stærk

       kløved med sin mægtige Kile.

Gjennem Fjeldets Skjød

skummende den brød,

       aldrig blev den træt af at ile.

 

Ingeborg

Gjennem Fjeldets Skjød

skummende den brød,

       aldrig blev den træt af at ile.

 

Nøkken

Men gaar den istaa paa sin Vandring tung og lang,

       synker alting flux i Dødens Hvile,

og det blanke Birkeløv vil gulne sidste Gang,

       sidste Gang da Rosen vil smile.

Derfor uden Rast

strømmer den i Hast,

       aldrig faar den Lov til at hvile.

 

Ingeborg

Derfor uden Rast

strømmer den i Hast,

       aldrig faar den Lov til at hvile.

Tann føroyski sangurin verður eisini sungin av nykinum, og Ingibjørg tekur ta seinastu regluna uppaftur. Bæði í tí danska leikinum og í tí føroyska verður fyrsta ørindið sungið aftur eitt sindur seinni, hesa ferð av Ingeborg/Ingibjørg, og eitt sindur øðrvísi: ikki um ánna men um hjartasorgina. Í tí føroyska leikinum syngur Ingibjørg eitt sindur seinni eitt ørindi afturat á sama lag, Hjartansfegin var eg...; her sigur tann danski teksturin tað sama á annan hátt.

Hatta svarar uppá tríggjar teir fyrstu spurningarnar omanfyri: ”eg”, sum eigur ein áarbakka, er nykurin, hann býr í Norra, har sum bæði rósa og bjørk grógva (báðar verða eisini nevndar í tí danska sanginum), og har sum ein á verður kallað elv.

Tann fjórði spurningurin var, hvat ein elvarsalur er. Merkir fyrri liðurin ”á” ella ”álvur”? Orðið hevur onki samsvar í tí danska sanginum. Samansetingin elvarsalur er eindømi í føroyskum, tykjast søvnini hjá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum at benda á, sigur Zakaris Svabo Hansen mær. Har er bert ein seðil, har A. C. Evensen umsetur tað við ”Alfesal”. Seðilin er helst skrivaður eftir orðabókini hjá Evensen (1905-08), bls. 114:

elvur2 (tveir elvar), Alf Ellemand (= álvur2). Ss. elvarfljóð (Elvermø), elvargeingi [eitt] (Alfefølge, Alfeslæng), elvarhús (Alfehus), elvarleikur (Alfeleg), elvarrann (Alfebo, Elverbolig), elvarsalur (Alfesal) o. s. fr.

Evensen kann hava orðið elvarsalur frá sanginum Summarnáttin blíða (hinar samansetingarnar og eisini tað ósamansetta elvur kann hann hava frá orðasavninum hjá Jakob Jakobsen í ”Færøsk Anthologi”, orðið elvarleikur tó undantikið). Evensen hevur helst rætt í, at fyrri liður í elvarsalur merkir 'álvur', ikki 'á'. Um ein salur er ein dansihøll, hóskar tað við, at álvar dansa, men neyvan áir, í hvussu er ikki hendan, sum bara stríðir og strevar. Og sjálvt um ein áarsalur var hugsandi, hóskar merkingin 'álvasalur' betur í sambandinum: at tað er gjøgnum ein áarsal, at áin ruddar gøtu sær, er onkisigandi (tvísøgn); tað sigur nógv meir, at tað er gjøgnum ein álvasal.

Í donskum finst orðið Elvesal í Ud af Gabrielis Breve til og fra Hjemmet, eftir F. C. Sibbern, 1850. Her verður tað brúkt um eina ong í einari skóg, ið "skinner frem som en Sal for Elvepigernes Dands, omgiven af bølgende Bøgekroner" (bls. 245-6 í útgávuni hjá Poul Tuxen, 1927), "en af disse Mose- eller Enggrunde, der saa hyppigen i de danske Bøgeskove danne som store indesluttede Sale, omgivne af hvælvede Bøgetræeskroner" (bls. 286). Tveir slíkir elvarsalir verða umtalaðir; annar er í Hareskoven, millum Bagsværd og Kolle-kolle (Sjælland): "en deilig Elvesal, om jeg saa maa kalde den" (bls. 287), "Elvepigernes midnatlige Dandsesal" (bl.s. 290); hin er á Fyn, haðani eg-persónurin skrivar brøv síni: "... Elvesalen, saa kalder jeg den af Skov omgivne Mose- eller Enggrund" (bls. 292), "efterat have forladt Præsten ved Elvesalen i Skoven" (bls. 327), "Frilinde og hendes Moder havde fulgt mig paa Vei til Elvesalen i Skoven, saa kalde vi den nu bestandig" (bls. 361). - At umsetarin av sanginum hevur orðið elvarsalur haðani, er møguligt, men tað er ikki neyðugt at hugsa sær, hann kann hava gjørt tað sjálvur, á sama hátt sum Sibbern, og við somu merking.

Hostrup skrivaði leikin veturin 1849-50. Várið 1849 hevði hann fyrstu ferð møtt Carsten Hauch, sum seinni varð verfaðir hansara, og sama várið hevði hann óivað sæð sjónleikin hjá Hauch, ”Søstrene paa Kinnekullen”, sum eisini fer fram millum fjøll (í Svøríki hjá Hauch, í Norra hjá Hostrup), og sum eisini hevur sum persónar ikki bara fólk, men eisini eina yvirnatúrliga veru (sjónleikurin hjá Hauch varð eisini umsettur til føroyskt, men væl seinni; tað gjørdi Th. Nygaard, leikurin stendur prentaður í Varðanum 21, 1941).

Um summarið 1849 hevði Hostrup ferðast í Norra. Várið eftir, 1850, varð hildin ein veitsla til minnis um Oehlenschläger, sum var deyður í januar. Hostrup skrivar sjálvur í Erindringer fra min Barndom og Ungdom (1891), bls. 213:

Jeg var den Gang netop bleven færdig med et nyt dramatisk Arbejde af en Art, hvori jeg kun har forsøgt mig den eneste Gang: "En Nat mellem Fjeldene", i hvilket jeg fik Luft for Indtrykkene af min Rejse i Norge Sommeren forud. Dette Stykke er ligesom "Æventyr paa Fodrejsen" og flere af mine senere fornemmelig udsprunget af Naturstemninger, som det for mig laa nærmest at udtale i dramatisk Form, og jeg benyttede saa dertil et Par Træk af de norske Bønders Liv og deres Sagnverden, som jeg kjendte fra hvad Asbjørnsen og Moe havde skrevet derom. For at faa Musik til Syngespillet sendte jeg det først til J. P. E. Hartmann, hvis «Liden Kirsten» jeg elskede højt, men han turde ikke binde an dermed, og saa gik det til Gade og tilsidst til min Ven P. Heise. Han komponerede Sangene, som han udgav i et Hæfte, men kom heller ikke videre dermed. Imidlertid var Stykket sat i Musik af en svensk Komponist Rubenson og opført paa Stockholms Operatheater, og endelig blev det i Foraaret 1863 med dansk Musik af Emil Hartmann opført hos os. Baade Stykket og Musikken blev meget velvillig modtaget, men oplevede kun faa Opførelser.

Albert Rubenson komponeraði í 1853 til tann danska tekstin, og hansara tónleikur varð brúktur, tá stykkið varð spælt á svenskum í 1858 í Stockholmi, og varð prentaður saman við tí svensku umsetingini í 1887. Aftan á Rubenson komponeraðu Peter Heise og Emil Hartmann (sonur J. P. E. Hartmann), og tað var tónleikurin hjá hesum seinasta, sum varð brúktur, tá stykkið varð spælt í Keypmannahavn í 1863.

Tann føroyska umsetingin eitur sum sagt Hjá dalabóndum (fyrst: -bóndrum ella

-bøndrum). Hon varð gjørd av R. C. Effersøe, tó sigst Jóannes Patursson at hava yrkt tveir ella tríggjar av sangunum. Rættari er, at hann enduryrkti hasar sangirnar eftir C. Hostrup. Hinar enduryrkti Effersøe sjálvur. Ikki allir sangirnir í tí danska leikinum eru tiknir við.

Umsetingin varð spæld fyrstu ferð í Havn um føstulávint 1890, og ofta síðani (C. Holm-Isaksen í greinini "Sjónleikur í Føroyum", Varðin 5, 1925, 34-47). Onnur stykki eftir Hostrup hava eisini verið spæld í Havn, men á donskum (sbr. C. Holm-Isaksen): Soldaterløjer og Intrigerne áðrenn Hjá dalabóndum (1890), seinni aftur Soldaterløjer, og eisini Eventyr paa Fodrejsen og Genboerne, Tordenvejr og Feriegæsterne. Men onki so ofta sum Hjá dalabóndum, sum eisini hevur verið spælt í Nólsoy og á Sandi og kanska í fleiri bygdum.

Hjá dalabóndrum, Sangleikur í trimum pørtum (eftir C. Hostrup), varð fyrst prentaður, saman við trimum øðrum sjónleikum eftir Effersøe, Magnus, Best man vera sum er og Gunnar Havreki, sum framhaldssøga í 1. árgangi av blaðnum Tingakrossur, 1901. Summarnáttin blíða stendur í nr. 11, 6. mars (eitt hálvt ár seinni, 30. oktober, kom yrkingin Blíð er summarnátt á Føroyalandi hjá J.H.O. Djurhuus í sama blað). Teir fýra leikirnir vórðu savnaðir til eina bók, R. C. Effersøe: Sjónarleikir (Tórshavn 1901). Tað sæst ikki í útgávunum báðum frá 1901, at Effersøe ikki sjálvur hevur enduryrkt allar teir níggju sangtekstirnar í Hjá dalabøndrum. Men tað sæst í Sangir og Rímurúr »Tingakrossur« (Tórshavn 1904), sum tekur sjey av teimum við (ikki Í dalinum her tú sært ei tannmann og Um frían norðmann nú fyri gull). Har stendur J. Patursson undir trimum av teimum: Summarnáttin blíða, Nú vil eg ikki av orðum spara og Oh, systir góð! ein loynlig sorg. At Jóannes Patursson hevur yrkt (rættari: enduryrkt) hasar sangtekstirnar, verður eisini sagt, tó við fyrivarni um Oh! systir góð, í minnisútgávunum báðum av verkunum hjá Effersøe (1917-19 og 1957). Bert ein av teimum, Summarnáttin blíða, er tikin við í savninum Yrkingar eftir Jóannesi Patursson (1932, uppafturprentað 1966).

Sangteksturin Summarnáttin blíða hevur sínar vakurleikar og sínar veikleikar. Á føstulávint 1890 var Jóannes Patursson ikki fyltur 24 ár. Uppgáva hansara var tvífalt bundin: enduryrkingin skuldi siga nøkurlunda tað sama sum tann samsvarandi danski sangurin, og hon skuldi syngjast á tí valda lagnum (sum verður umrøtt niðanfyri).

Í fyrstu útgávunum báðum frá 1901, bæði í Tingakrossi og í bókini, stendur aftan á teim fýra sjónleikunum ein skrá, Løg til sangirnar í sjónarleikunum. Løgini verða eisini nevnd í Sangir... 1904, men tíverri ikki í minnisútgávunum. Her skal bara tann parturin av skránni takast uppaftur, sum er um sangirnar í Hjá dalabøndrum:

1. Um dalur gerst mær ov trongur. Egið lag.

2. Oh, systir góð, ein loynlig sorg. Kuhlau: Menuetten af Elverhøj.

3. Í dalinum her tú sært ei tann mann. Egið lag.

4. Nú vil eg ikki av orðum spara. Norsk Folkemelodi (stev). [1904: En liten gut ifra Tistedalen]

5. Summarnáttin blíða. Kuhlau: Dybt i Havet (Elverhøj).

6. Nú dimmið her í dali er. R. Bay: Fred hviler over Land og By.

7. Um frían norðmann nú fyri gull. Norsk Folkemelodi.

8. Arma hjartað, møddist tú. Arme Hjerte (En Nat mellem Fjældene).

9. Okkum vitja gestir góðir. R. Nordraak: Ja vi elsker.

Uppískoytið í 1904 undir nr. 4, “En liten gut ifra Tistedalen”, má vera komið skeivt fyri, tí hatta tónalagið hóskar ikki til ørindislagið í nr. 4. Men tað hóskar til ørindislagið í nr. 7, sum eftir listanum eisini varð sungin á einum norskum fólkalag, og tað er har uppískoytið átti at staðið. Hvat norskt fólkalag varð so brúkt til nr. 4? Tann danska fyrilegan, “Og vil du nu da min Kløgt erfare”, hevur sama ørindislag, og Rubenson, Heise og Hartmann hava gjørt hvør sítt lag til hana, men listin kann ikki sipa til eitt av teim løgunum, tí tey kunnu ikki kallast norsk fólkaløg, og á listanum stendur ikki “En Nat mellem Fjældene” eins og undir nr. 8. Undir nr. 4 stendur longu í 1901 orðið stev. Tað er norskt; ørindislagið er tað sum á norskum eitur nystev; tað hevur mest verið brúkt av norskum yrkjarum. Eitt dømi er Ivar Aasen í sanginum “Til Lags aat alle kann ingen gjera”. Í føroyskum songum finst nýstev, umframt í nr. 4, í týðingini av hasum norska sanginum, “Til vildar øllum kann eingin gera”, sum Nyholm Debess hevur gjørt. Í eldri útgávum av Songbók Føroya Fólks, so seint sum í 9. útgávu 1997, stendur “En liten gut ifra Tistedalen” sum lag (í 1997 sum eitt av trimum løgum) til hasa týðingina; hesin feilurin, ið er rættaður í 10. útgávu 2008, er tann sami sum í 1904-listanum, man tað vera av tilvild? Norðmenn kenna eini 40 løg til nýstev, sum øll kunnu brúkast til allar sangirnar, ið hava hatta ørindislagið, eisini til nr. 4 á listanum og ta donsku fyrileguna hjá Hostrup og til yrkingina hjá Ivar Aasen og ta føroysku týðingina hjá Nyholm Debess. Eg veit ikki, hvat av hesum 40 løgunum varð brúkt, tá ið songleikurin hjá Effersøe varð framførdur. Millum møguleikarnar er tað norska lagið til týðingina hjá Nyholm Debess sum Zacharias Sørensen hevur uppskrivað í Føroyum, og sum í lagaútgávu hansara, Løg til Songbók Føroya Fólks (2003), hevur nr. 375 a. – Til hetta eg her havi skrivað um tónaløgini til nr. 4 og nr. 7 á listanum, havi eg fingið holla hjálp frá musikkgranskarunum Sigmund Hjorthaug (áður á universitetinum í Stavanger) og Lise Helmer Petersen (áður á universitetinum í Århus).

Hvørji løg vórðu brúkt til nr. 1 og nr. 3, veit eg ikki.

Um nr. 8, “Arma hjartað”, sigur listin at lagið er tað sama sum til ta donsku fyrileguna, men hann sigur ikki, um hugsað verður um lagið hjá Rubenson, hjá Heise ella hjá Hartmann. Av teimum nevnir Zacharias Sørensen bara Heise í SFF 1997 og 2008 og prentar hansara lag í Løg til SFF (2003), nr. 9 b. (Hann nevnir eisini ein nýggjari komponist, Herman Jacobsen, og prentar hansara lag saman við lagnum hjá Heise. Eisini nr. 6 hevur fingið nýtt lag av einum føroyingi, Hans Jacob Højgaard.)

Tveir av sangunum hava lag úr Elverhøj (av Johan Ludvig Heiberg og Friedrich Kuhlau, 1828), nr. 2 og nr. 5. Bæði løgini eru av svenskum uppruna, Kuhlau hevur ikki gjørt tey, hann hevur arrangerað og orkestrerað tey. Nr. 2 hevur lag eftir menuettini, sum aftur hevur lag eftir tí svensku vísuni Sist, när på ljuflig Blomsterplan, sigur Heiberg í Forerindring til Elverhøi. Tann beinleiðis keldan er Schwedische Volks-Melodien gesammlet von E: G: Geijer und A: A: Afzelius. Für das Piano-Forte harmonisch bearbeitet [...] von P. Grönland, 1819. - Nú verður hetta lagið eisini brúkt til O móðurmál, stórt er títt fall, sum Fríðrikur Petersen yrkti í 1876 til eitt annað lag (tað hoyrdi til sangin Om du vil være stærk og fri eftir Chr. Richardt og var gjørt av Valdemar Schiøtt).

Hin sangurin, sum hevur lag úr Elverhøj, er Summarnáttin blíða, sum hevur lag eftir Dybt i Havet, sum aftur hevur lag eftir Näckens polska, meira um tað niðanfyri. Tvær songbøkur tykjast nevna eitt annað lag, men tað er tað sama. Songbók Føroya Skúla eftir J. Waagstein (1930) sigur, at lagið er eitt svenskt tjóðlag, sum tó ikki verður nevnt, men bókin gevur nótarnar, sum vísa, at lagið er Näckens polska. Meðan átta tær fyrstu útgávurnar av Songbók Føroya Fólks nevna Dybt i Havet sum lag, sigur Zacharias Sørensen í 9. og 10. útgávu (1997 og 2008) og í Løg til SFF (2003), at lagið er eitt fólkalag úr Gotlandi; lagið er kortini tað sama, og hetta lagið kenna tær elstu keldurnar sum sagt úr Smálandi og Västergötlandi, men ikki úr Gotlandi.

Effersøe hevði búð í Svøríki frá 1879 til 1884. Kanska hevði hann hoyrt polskuna hjá nykinum har, og var tað grundin til, at hon varð vald til sangin hjá nykinum. Hetta er kortini óvist og verður mótsagt av, at í skránni omanfyri stendur ikki Näckens polska, men Dybt i Havet. Eg veit ikki, um tað var Effersøe eller Jóannes Patursson, sum valdi lagið til sangin.

Näckens polska varð "hörd första gången af en Småländsk flicka 1810" (A. A. Afzelius, eftir Bengt R. Jonsson 1972, bls. 86).

Lagið varð prentað fyrstu ferð í tíðarritinum Iduna 3, 1812, saman við einari yrking sum A. A. Afzelius hevði gjørt til lagið: "Djupt i hafwet på Demantehällen, Näcken hwilar i grönan sal; Nattens Tärnor spänna mörka pällen Öfwer skog, öfwer berg och dal...". Undir tekstinum (bls. 87) sigst lagið at vera "en i Westergöthland och Småland allmänt känd melodi, under namn af Näckens Polska". Yvir nótunum stendur: "Necken. Polonoise uptecknad efter en Tradition i Södra Sverge".

Lagið varð prentað næstu ferð (uttan tekst) í Traditioner af Swenska Folk-Dansar, 2dra Häftet, Stockholm, 1814, N° 15. Hesa útgávuna hava A. A. Afzelius og Olof Åhlström gjørt; hesin seinni hevur gjørt undirspølini. Ein facsimile-útgáva kom í 1972, við eftirskrift av Bengt R. Jonsson; har stendur lagið á bls. 32. Yvir nótunum stendur: "W-göth.+"; hetta pluss-teknið vísir til eina viðmerking: "+ Näckens Pålska".

Lagið varð brúkt tvær ferðir av J. L. Heiberg, sum kendi 1812-útgávuna, men sum eisini sjálvur hevði skrivað lagið niður, sum hann hevði hoyrt tað í Svøríki, har hann hevði verið júst í 1812. Um 1820 var hann í Paris; Carsten Hauch skrivar í endurminningum sínum, bls. 27: "Heiberg lagde sig dengang med megen Flid efter at spille på Guitar, ja han havde endog komponeret nogle smukke Variationer til en nordisk Alfesang, som han lod trykke i Paris." Á tittulblaðnum stendur: Air Populaire Scandinave connu dans le Nord sous le nom de La Danse des Ondines, Arrangé pour la Guitare avec Introduction, Six Variations et une Finale, et dédié á Son Altesse Royale Caroline Amélie, Princesse de Dannemarck, Née Princesse de Holstein-Augustenbourg, par Louis Heiberg. Seinni var Heiberg ikki errin av hasum:

Den eneste ydmygende Erindring, jeg har fra denne Periode af mit Liv, er, at jeg ikke alene lod en høist fuskeragtig Komposition udkomme hos en Musikhandlerinde, som forlagte den, efter at jeg iforveien havde gjennemspillet den for hende, men at jeg endog vovede at tilegne den til H. K. H. Prindsesse Caroline Amalia, som dengang med sin Gemal opholdt sig i Paris, og som havde været saa naadig at tillade mig Dedicationen af dette, hende aldeles uværdige Produkt.

(Autobiographiske Fragmenter, her eftir Vilhelm Østergaard, Illustreret dansk Litteraturhistorie. Danske Digtere i det 19de Aarhundrede, 1907, bls. 279.)

Í 1828 brúkti Heiberg lagið aðru ferð, til ein sang í Elverhøj (Kuhlau gjørdi undirspælið fyri orkestrið). í 3. parti syngur Karen: "Dybt i Havet, som med stærke Bølger skummer mod Stevens hvide Fjeld, der en Havfru sig paa Bunden dølger i det blaa, kølig friske Væld...". Trý tey fyrstu orðini, Dybt i Havet, eru eftir yrkingini hjá Afzelius, Djupt i hafwet. Í Forerindring til Elverhøi skrivar Heiberg hetta um lagið:

Mel. af en gammel svensk Bondedands, kaldet Neckens Polska.

Den findes i Geijers Idunna, 3die Hæfte, men meget ucorrect opskreven, især med Hensyn paa Tacten. Her er den bleven benyttet af Componisten [Kuhlau] med Forandringer ifølge Forfatterens [Heibergs] egen Opskrift, saaledes som han har hørt den synges i Sverrig.

(Her eftir Johan Ludvig Heiberg, Prosaiske Skrifter, IV, 1861, bls. 49f.)

 

Tað er hesin sangurin ið verður nevndur sum lag til Summarnáttin blíða.

 

Heiberg og Effersøe/Patursson vóru ikki einsamallir uttan fyri Svøríki um at brúka lagið. Tann franski komponisturin Ambroise Thomas brúkti tað eisini, í Hamlet (1868). Í 4. parti av operuni syngur Ofelia á lagnum Näckens polska sangin Pâle et blonde um eina "willis", sum liggur í vatninum (ein willis er í fólkatrúnni ein genta, sum er deyð trúlovað, men ógift; tann kendasta var høvuðspersónurin í ballettini Giselle ou les Willis, 1841, við tónleiki av Adolphe Adam). Eitt sindur seinni syngur kórið lagið uttan orð undir tí seinasta sanginum, Ofelia syngur, áðrenn hon druknar seg og ger seg sjálva til eina willis. Tann, sum sang Ofeliu við frumframførsluna var tann svenska sopranin Kristina Nilsson; óivað var tað hon, ið lærdi Thomas lagið.

Í øllum teim nevndu sangtekstunum, sum hava Näckens polska sum lag, er vatn: havið, eitt vatn, ein á. Teir fyrstu eru ikki um vatnið, men um eina veru í vatninum: ein nyk, eina havfrúgv, eina willis. Í Hjá dalabóndum er sangteksturin ikki um nykin í ánni, men um ánna sjálva; nykurin er tó har, tí hann syngur sangin, og hann er eisini í tekstinum, í fyrsta persóni ("um áarbakka mín", fleiri dømi í 3. ørindi). Tá ið kvinnan í søguni hjá Bergtóru Hanusardóttur ella onnur syngja sama sangin um ánna, er nykurin helst gloymdur, hóast "eg" hansara er eftir í tekstinum.

To top

Heimildir

Afzelius och Åhlström: Traditioner af Svenska Folk-Dansar, 2dr Häftet, 1814

Dahl, Árni: Bókmentasøga II, 1981

Effersøe, R.C.: Best man vera, sum er, 1895

Effersøe, R.C.: Gunnar havreki, 1889

Effersøe, R.C.: Hjá dalabóndum, 1890

Effersøe, R.C.: Hjá dalabøndrum, 1890

Effersøe, R.C.: Magnus, 1893

Effersøe, R.C.: Minnisútgáva. 2. bind. Josephina og Edw. Mortensen góvu út, 1917

Effersøe, R.C.: Rasmus Effersøe 1857-1957, minnisútgáva. Edw. Mitens gav út, MCMLVII

Effersøe, R.C.: Ymisk handrit. Føroya Landsbókasavn F XIV

Evensen, A.C: Orðabók, 1905-08

Geijer och Afzelius: Für das Piano-Forte harmonisch bearbeitet […] von p. Grönland, 1819

Hammershaimb, V.U.: Færøsk Anthologi II, ordsamling og register, Jakob Jakobsen, 1891

Hanusardóttir, Bergtóra: Summarnáttin blíða í savninum ”Loynigongir”, 1993

Hauch, Carsten: Systrarnar á Kinn. Thomas Nygaard týddi, 1941

Hauch, Carsten: Søstrene på Kinnekullen, 1849

Heiberg, J.L. og Kuhlau, Friedrich: Elverhøj, 1828

Heiberg, J.L: Prosaiske Skrifter IV, 1861

Heinesen, William: Dilettanterne, stuttsøga í savninum ”Her skal danses”, 1980

Holm-Isaksen, Chr.: Sjónleikur í Føroyum, Varðin 5. bind, 1925

Hostrup, Jens Christian: En nat mellem fjeldene, 1850

Hostrup, Jens Christian: Erindringer fra min Barndom og Ungdom, 1891

Hostrup, Jens Christian: Eventyr på Fodrejsen, 1847

Hostrup, Jens Christian: Gjenboerne, 1844

Hostrup, Jens Christian: Komedier II, 1918

Iduna (tíðarrit) nr. 3, 1812

Niclasen, Sigrid: Jákupa Møn, 1890

Patursson, Jóannes: Yrkingar, 1932, 2. útg. 1966

Sangir og rímur úr ”Tingakrossur”, 1904

Sibbern, F.C.: Ud af Gabrielis Breve til og fra Hjemmet, 1850

Skårup, Povl: Summarnáttin blíða og Näckens Polska. Varðin 70. bind, 2003

Songbók Føroya fólks, 9. útg., 1997

Tingakrossur, 1. árg., 1901

Varðin, 21. bind, 1941

Waagstein J.: Songbók Føroys skúla, 1930

Østergaard, Vilhelm: Illustreret dansk Litteraturhistorie. Danske Digtere i det 19.   Aarhundrede, 1907

 

 

To top

Summary

The singspiel ”Hjá dalabóndum” is a translation from the Danish play ”En nat mellem fjeldene” written in 1850 by Jens Chr. Hostrup (1818-1892). It was not performed, however, until 1863 at the Royal Theatre in Copenhagen. R.C.Effersøe translated the play into Faroese and along with ”Jákup á Møn” (Leikrit 2) it was performed in Tórshavn in 1890.

The play is laid in Norway and makes use of the Norwegian peasants’ lifestyle and their mythical world both of which are familiar to a Faroese audience.

Povl Skårup has written an article (”Summarnáttin blíða og Näckens polska”) about one of the songs that appear in the play ”Hjá dalabóndum” - ”Summarnáttin blíða” (the fair summer night) which is sung by the water elf ”Nykur” in his attempt to seduce Ingibjørg. The word elvarsalur is discussed as is the melody to the song which was written to Dybt i havet which again is identical to the old Swedish folk melody Näckens polska.

In one of his collections of short stories ”Her skal danses”, 1980, the author William Heinesen in the story ”Dilletanterne” describes a performance of ”Hjá dalabóndum” in Tórshavn early in the 20. century. Parts of this story have been translated from Danish into Faroese for inclusion in ”Leikrit 3”.

Marianna Debes Dahl

 

To top