Skip to main content

Høvdingar hittast

Regin í Líð

Sjónleikur í trimum táttum, 1928

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

Tey leikandi

Tey leikandi:

Hermundur Steingrímsson, ungur víkingur.

Ásla, rík einkja.

Ingibjørg, dóttir Áslu.

Tórgerð, fostursystir Ingibjargar.

Sigmundur Brestisson.

Arngrímur Aðalsson, hermaður Sigmunds og fosturbróðir Hermunds, báðir fostraðir hjá Tróndi í Gøtu. 

Tórir.

Einar.

Tróndur í Gøtu.

Steingrímur, faðir Hermunds, bóndi í Eysturoy. 

Ein prestur í garði hjá Áslu.

Herklæddir menn í liði Tróndar. 

To top

Fyrsti Partur

­­­

FYRSTI TÁTTUR

Høll við hásæti fyri miðjum leikpalli. Inngongd frá báðum síðum millum útskornar súlur. Hvørjumegin hásætið standa eisini útskornar súlur. Høllin er nakað tómlig, bert eitt lítið borð fyri framman hásætinum og lægri beinkir hvørjumegin hásætið.
Tað er tíðliga á morgni.

Ásla (kemur gangandi inn í høllina frá høgru síðu og steðgar fyri framman hásætinum).

Satt sigur orðatakið: “Bert er bróðurleyst bak”. Men eingin kennir seg berari og verjuleysari enn kvinnan, ið mist hevur húsbónda sín.

Nú er meira enn komið aftur í árið, síðani Brandur mín reið til Valhallar - Paradís vildu kristnir sagt - (hon lítur upp í hásætið).

Nei, Brandur mín, tú ert í Valhøll við einherjum Óðins. Tú fell í bardaga móti hvíta Kristi. -  Hann vildi ikki seta hart ímóti hørðum, so læra teir, Sigmundur og prestar hans, tó, mær tykir, teir gera tvørturímóti.  Ikki firnast teir vápnaleik og harðskap, tá ið teir ikki megna at fremja sína ætlan í semju. Tað máttu Brandur mín og Ásmundur frændi sanna, tá ið teir settu seg ímóti boðum Sigmunds.

Hin hvíti Krist hevur nú valdið, og mær skilst, at fyri mátti hans mugu bæði vápnaðir menn og verjuleysar kvinnur lúta.

(Latínskur messsusongur hoyrist langt burtur; men ljóðið kemur alt nærri og nærri).

Ásla (slotar eftir, men heldur so áfram).
Nú koma tey úr bønhúsinum. Á! - Brandur mín, hvør skal standa mær undir lið? Hvør skal svara fyri meg og dóttur mína, tá ið Hermundur Steingrímsson kemur aftur og krevur, at eg skal halda lyfti tey, tú hevur givið honum og faðir hans?

Prestur (kemur inn frá vinstru síðu móti Áslu).
So árla á fótum, húsfrúa. Eg ynski tygum ein góðan morgun í navni Krists og Moy Mariu.

Ásla.
Tær í líka máta. Snimma skal hann á fótum vera, ið langt skal hava dagsverkið.

Prestur (kurteisliga).
Meir varðar um at nýta dagin væl, enn at hava hann langan. 

Ásla (hábærsliga).
Hvat ætlar prestur at siga mær?

Prestur.
Eg saknaði húsfrúu mína við óttusongin í morgun.

Ásla.
Her á garði havi eg altíð verið von at gera eftir egnum tykki!

Prestur.
Sjálvandi, tað hvørki kann ella vil eg forða tygum, mín ætlan var bert at leiða sál tygara á rætta leið.

Ásla.
Sál mín er á rættari leið.

Prestur.
Hin halgi andi varðveiti henni. Men hvussu hóskar tað tá, at tygum heldur søkja hesar hallir við myndum av ljótum skurðgudum enn kirkjuna og krossin?

Ásla (vreið).
Í hesari høll er einki ljótt; her havi eg livað saman við húsbónda mínum - mínum dýrasta á foldum. - Og ert tú ikki so menskur maður, at tú skilir, at hjarta mítt hongur við minnini, og at eg ikki toli tey vanvird av tær, so tykir mær, at kristni tín dugir lítið. 

Prestur.
Fullvæl kenni eg kvinnuhjartað; men stundum eru tey minni, ið hjartað hongur harðast við, sálini at meini, og ofta eru vit trúboðarar noyddir at beina burtur og týna minnini, so sárt tað kann vera, fyri at sálin kann verða bjargað sær til sælu um aldur og ævi alla undan verri pínslu í helviti.

Ásla (við miklari vekt).
Einki skal her verða burturbeint ella týnt, og tykist tað mær nú beinari, at tú prestur heldur teg eftir orðum Sigmunds og letur meg hava náðir, enn at tú trokar meg so hart!

Prestur (kurteisligur).
Tað skal vera, sum húsfrúa mín býður. (Hann vendir sær við og skal fara út).

Ásla (veittrar hann til at verða).
Hoyr tú prestur! Er tað ikki synd, eftir kristnari trú, at bróta lyfti, maður hevur givið?

Prestur.
Lyfti, sum maður hevur lovað, skyldar hann at halda. Orðasvik er vissuliga synd. 

Ásla.
Um maður hevur gjørt lyfti, tá ið hann var heiðin, skyldar hann tá at halda tað, síðani hann er kristnaður?

Prestur.
Lyftið eigur at verða hildið, um tað ikki gongur ímóti trúnni.

Ásla.
Eigur kristnað kona at halda eitt lyfti, sum maður hennar fekk hana til at lova, tá ið tey bæði vóru heiðin.

Prestur.
Tað valdast, hvørt lyftið er, og hvussu tað er gjørt. Er tað annars nakað ávíst, sum húsfrúa mín hugsar um, meðan hon spyr so tráliga?

Ásla.
Kann vera. - Tó mær nyttar væl ikki stórt at søkja ráð hjá tær?

Prestur.
Tað kundi tó verið. Talið, um tygum hava álit á mær!

Ásla.
Eg havi meira ótta fyri enn álit á menniskjuni, síðani Brandur húsbóndi mín fell mær frá. 

Prestur.
Hann, ið av hjarta hevur nomið rætta trú, skoðað inn í miskunnarbládýpi Krists og av rættum sannað, at vit eru bjargað úr Sátans voldum vegna Kristi dýra blóð, sum hann læt fyri sælu okkara, hann kann frítt líta á trúarfelagar sínar.

Ásla.
Tala tín vekur ikki álit hjá mær, prestur, men eg havi ikki mangar at líta á, og kann einsvæl tala til tín sum til eins hvøns annans. Tykkar er valdið nú um stundir.

Prestur (við faldaðum hondum og himmalvendum eygum).
Tuum est regnum et potentia et gloria. - Kristur eigur valdið!

Ásla.
Ikki skilji eg latínið títt; men sig mær, so eg skilji: Um maður hevur lovað burtur dóttur sína til heidnan víking, eigur tá konan, eftir deyða hans, at halda lyftið, hann gav hjúnanna vegna?

Prestur (stúrsar við).
Nei, fyri Guds sakir ikki, nei! - ikki uttan víkingurin tekur við skírn og verður kristin maður. 

Er tað um dóttur tygara, Ingibjørg, tygum tala? Um eg má so spyrja. Og hvør er tá hin heidni víkingur?

Tygum fara at fyrigeva mær; hetta kom mær so óvart. Tygum kenna so væl sum eg ætlan Sigmunds við Ingibjørg - hann hevur ætlað henni Arngrím Aðalsson og hevur tygara orð, er mær sagt.

Ásla.
Eg havi ongan nevnt at navni, prestur; men kann vera, at tú gitar rætt. Sigmundur hevur ikki mítt orð fyri nakað; men eg kvíði fyri, at hann fremur ætlan sína umframt tað.

Prestur.
Um eg má gera mær so dælt at spyrja uppaftur: Hvør er hin ungi maður, ið hevur fingið játtilsi á Ingibjørg, og hvar í Guds garði er hann?

Ásla.
Tú fært so at vita tað kortini. - Hann er Hermundur Steingrímsson úr Eysturoy og hevur verið úti á víkingaferðum; men kann koma aftur hvørja stund. Faðir hans er í liði Tróndar og væntar hann aftur nú.

Prestur.
Var hon Hermundi góð, og veit hon, hvat henni er ætlað nú? 

Ásla.
Hvussu góð hon var Hermundi, veit eg ikki; men at hon man gruna, hvat henni er ætlað av teimum, ið valdið hava, haldi eg. Teir tykjast lítið at geva gætur eftir, hvørji ið góð eru ella ikki; teir vilja bert fremja vilja sín og styrkja vald sítt!

Prestur.
Ingibjørg er so innarliga trúgvandi kristin, at hon lovast neyvan heidnum manni.

Ásla (vanvirðisliga).
So gjølla kennir tú kvinnuhjartað?

(Ingibjørg kemur inn frá vinstru, og prestur fer út til høgru).

Ingibjørg.
Góðan morgun, móðir mín. Hava tit talað um trúarsakir?

Ásla.
Á, ja, tað var mest um tílíkt!

Ingibjørg.
Tá var tað illa, at eg ikki kom fyrr, tí einki er mær kærari enn at hoyra prest leggja út skriftina og tala um hin almikla kærleik Krists. Mær tykist tá, at hurðar fara upp til annan heim, sum eg ongan gruna hevði um fyrr.

Tá messusongurin ljóðar, berst mær fyri, at eg við einglunum sveimi inn fyri veldisstól Guds og hvørvi í dýrdarríka kærleiksfavni hans.

Ásla.
Tað er mær kært, dóttir mín, at tær er so mikið um hesa nýggju trú, tí tað berst mær fyri, at okkum verður frægast úr, um vit royna at halda trúnna sum best.

Ingibjørg.
Eg dugi ikki at skyna, hvørt okkum er best til fíggja; men eg má ganga tær leiðir, har hjartakenslurnar draga meg.

Ásla.
Hjartakenslan dregur ofta á rangar leiðir, dóttir mín. Vit mega tí eisini geva ans, at vit og skil stýra okkara gerðum. Tær er kunnugt, at vit eru ríkar og hava nógvar ognir um at sita. Nær hava teir gingið okkum, Sigmundur og felagar hans, og nærri ætla teir at ota seg, um vit ikki fara klókliga fram, ver tí varin um teg - (bendir á hásætið) -; tómt stendur hásætið og verjuleysar eru vit, um ikki ein megnarmaður setist aftur á pallin eftir faðir tín. 

Ingibjørg.
Eg skilji ikki, hvat móðir mín sipar til.

Ásla.
Eg sipi beinvegis til tess, góða dóttir, at tú ert slík ungmoy nú, sum mangur ungur maður tráar eftir at eiga.

Ingibjørg.
Kæra móðir, tílíkt er mær ikki í huga.

Ásla.
Kann vera; men tann stund er ikki fjar, tá ið biðlar ríða higar til garðs. - Sigmundur hevur, sum tær man vera kunnugt, orðað við meg um Arngrím Aðalsson.

Ingibjørg (starir niður fyri seg).
Men - hevur móðir mín gloymt lyftið, faðir mín gav Hermundi?

Ásla.
Nei, søta mín, tað hevur móðir tín ikki gloymt; - men enn er Hermundur ikki kristin maður og Sigmundi líðin.

Ingibjørg (hugsandi - fer við hondini yvir ennið).
Hermundur ikki kristin - heiðin. -

Tórgerð (kemur inn flogsandi og røntar). 
Goyr nú Garmur mikið 
fyri Gníparhelli, 
festir munnu slitna 
og freki renna.
Fjøld veit eg frøða 
fram sá eg longri 
á ragnar røk 
rammfall guðanna.

(lítir upp og slær saman lógvar).

Hei! - aftur messa her! - Messa úti, messa inni, messa altíð, messa á øllum støðum! Pu-!

Eg kvíði, at allar góðar vættrar flyta av landi undan hesum áhaldandi messubelji!

Ásla.
Vara munn tín, Tórgerð, prestur Sigmunds kundi komið og hoyrt teg, og so vóru vit um ein háls, tí hann varð okkum ánoyddur sum njósnari.

Tórgerð.
Á, - eg brýggi meg dekan um prest. Eg ynski, at her mátti komið eitt fagurt lið av reystmennum, ið kundi rikið alt hetta trúboðaraharkaliðið av landinum!

Ingibjørg (hóttir henni).
Tórgerð, Tórgerð! tú syndar herviliga!

Tórgerð (kátt og leikandi).
Tegið tú, góða barnið, teg vil eg ikki, at nakar skal reka burtur. (Tekur um miðjuna á Ingibjørg og dansar við henni upp um gólvið, meðan hon syngur):

Kappin reysti 
rúnir risti 
undir hellusvað, 
ganga skuldi moyggin á, - 
hitna hjørtur 
skelva varrar, 
vendist hugin á, - 
hann við listum 
hana vinna má!

Ingibjørg (slítur seg leysa og snúgvar sær frá Tórgerð). 
Leika ikki so í systir góða, siða teg heldur!

Tórgerð (slær hondina á knæið).
Tað var satt, eg skuldi koma inn við tíðindum. Eg sá herklæddan mann koma ríðandi oman røkur.

Ásla (hvøkkur við).
Herklæddan mann sigur tú? (hon fer út). 

Ingibjørg (álvarsom. Fer yvir til Tórgerðar).
Góða, góða systir, sorga meg ikki meir, men siða teg og tak eftir lærdómi prests.

Tórgerð.
Ingibjørg, eg kann ikki gera við, at henda nýggja trúgvin er mær ímóti, alt tað frægasta, sum í mær er, reisir seg ímóti teim, sum drópu feður okkara fyri at fremja trúarskiftið.

Ingibjørg.
Feður okkara fullu á vali, sum menn móti monnum. Tað var okkum stórur missur; men ikki eiga vit at kenna øðrum meira enn teimum sjálvum um fallið. Tú veitst eisini, at eg í hjarta mínum hevði tikið við kristnari trú, áður enn tað illa hendi.

Tórgerð (harm í huga).
Tú ert villað av presti, og tú elskar ikki feður og fosturland longur, systir.

Ingibjørg (rørd).
Jú, nú meira enn áður, eg vil bert, at her skal verða friður á jørð og monnum góður vilji.

Tórgerð (øsin, bítur saman tenn).
Og eg vil hava hevnd! Hevnd yvir faðir mín! Og gævi mær Freya, at eg fekk biðil tann, ið eg kundi boðið tær treytir fyri meg, at hann skuldi felt Arngrím Aðalsson, sum eg hati mest, tí at hann feldi faðir mín við ørvaskoti, tá ið hann við svørði í hond hevði verið tveggja manna bani!

Ingibjørg (stendur eina løtu sum burtur í øðrum heimi, so strýkur hon hond um enni).
Hvør heldur tú, tað er, sum ríður higar til garðs; sig mær, reið hann hvítum hesti, sást tú tað gjølla? -

Tórgerð.
Ja, hann reið hvítum hesti!

Ingibjørg (starir fram fyri seg).
Hvítum hesti skuldi Hermundur ríða.

Tórgerð (forvitin).
Hermundur! - Heldur tú, at tað kann vera Hermundur Steingrímsson, ið aftur er komin. Ja, tá vænti eg, at vit fáa at síggja annan leik. Á! - systir, systir, eydnuborin ert tú, ið lovaðist slíkum manni. 

Ingibjørg (ivandi).
Hermundur Steingrímsson er ikki kristin maður enn - hann er heiðin! -

Tórgerð (hugfangað).
Kristin ella heiðin, tað er mær eins kært. - Hann er hin sterkasti og prúðasti maður, sum nøkur kvinna kann ynskja sær til mann!

Ingibjørg (suffar tungliga).
Gævi Gud, at Hermundur var kristnaður.

Tórgerð (forvitnisliga).
Ætlar tú at leggja tær treytir á fyri teg, at hann skal skifta sið og trú?

Ingibjørg.
Eg kann ikki eiga heidnan mann - og tó - heldur tað enn hitt. - Tórgerð, - eg verði eydnuleys - Kristur er mín einasti uggi.

Tórgerð (bilsin).
Hitt! - Hvat meinar tú, systir?

Ingibjørg (hørm í huga).
Eg fái ikki yvir varrarnar at siga tað, sum mær er ætlað av vanvirðing. 

Tórgerð (kaldliga).
Eg havi leingi grunað, at prestur og móðir tín eftir ráðum Sigmunds munnu ætla tær drápsmann faðirs míns. (Hánisliga). Hav tú hann! - (í treysti). Hevði nú Hermundur komið bæði brátt og skjótt!

Ingibjørg (sum í ótta).
Hvat ætlar tú, Tórgerð?

Tórgerð (hulin og kaldlig).
Einki, systir.

(Fólk hoyrist at koma fyri uttan, tær fara báðar út til høgru. Ásla og Hermundur Steingrímsson koma inn frá vinstru).

Ásla.
Ver vælkomin til hallar, Hermundur. Sum tú sært, er høllin her á garði vorðin tómlig, síðan tú fórt av landi.

Hermundur.
Ja, illa ljóðaðu tíðindini, mær komu fyri oyru í Suðuroyum, har eg dvaldist á víkingaferð í felag við Trøndum og Upplendingum, sum enn eru gomlum siði trúgvir. Tó næstan, tykir mær, er standurin her í oyggjum verri, enn frá frættist. 

Ásla.
Hvar frætti tú um fall Brands og Ásmunds?

Hermundur.
Tey tíðindi frætti eg ikki fyrr enn í morgun, tá ið vit løgdu drekan at landi suður í Tórshøvn, og tey gingu mær nær. Sig mær, hvussu var tilgongdin?

Ásla (suffar tungliga).
Tá ið teir høvdu noytt Trónd í Gøtu at skifta trú, komu teir her, men Brandur og Ásmundur vildu ikki dvína.

Hermundur.
Nei, tað trúgvi eg, tí ikki vóru reystari kappar her á landi enn teir.

Ásla.
Sigmundur beyð tá monnum sínum at høgga teir. Satt at siga vóru eingir fúsir til tess, men dvøldu á.

Hermundur.
Teir vóru heldur ikki góðir at høgga, tá ið teir stóðu vápnaðir!

Ásla.
Nei, og ivaleyst hevði mannafallið verið stórt, áður enn teir vóru feldir, tó, útfallið mundi verið tað sama, tí Sigmundur hevði stórt lið.

Hermundur.
Teir skuldu lopið á kortini.

Ásla.
Tú veitst, at Brandur, sum var so góður maður, altíð vildi spara mannalív, og tí var tað, at hann beyð Sigmundi Brestissyni hólmgongu um trúarskifti.

Hermundur.
Reystmenni var Brandur, men ikki var løgið, um hann var feldur av Sigmundi, tí hann gekk sjálvum Ólavi Tryggvasyni næst í øllum ítróttum.

Ásla.
Tá ið Sigmundur hevði felt Brand, fór Ásmundur vitleysur av harmi fram móti øllum, ið fyri var, og ymist kundi verið, um ikki Arngrímur Aðalsson hevði felt hann við ørvaskoti. - Hann hevði tá longu høgt tveimum monnum banasár.

Hermundur.
Harðliga og skilaleyst tykir mær Sigmund hava farið fram móti landsmonnum, og er mín ætlan tann, at henda ósemjan, sum nú stendst av trúarskiftinum, førir til, at oyarnar fara undir kong. Frælsir fluttu fedrarnir higar vestur undan harðræði Haralds kongs. Ring gerð er tað nú av Sigmundi at koma ættmonnum teirra aftur í vald kongsins.

Ásla.
Sigmundur sigur, at tað, sær mest er um, er at fáa fólkið kristnað. Hann tykist onga minkan at síggja í, at landið fer undir kong.

Hermundur.
Ómenniliga fór hann fram móti Tróndi fosturfaðir, sum hann trokaði til trúarskifti við loyndaratsókn.

Ásla.
Ilt hevði Sigmundur roynt av Tróndi í Gøtu.

Hermundur.
Tað var menniligari og eisini betri fyri Sigmund, at hann hjó Tróndi banasár, enn at hann trokaði hann til vanvirðing.

Ásla.
Sigmundur mundi halda, at var so mætur maður sum Tróndur kristnaður og á lívi, so stóð fólksins ikki ímóti; men fell hann fyri trú sína, so kundi mangt verða øðrvísi.

Hermundur (lítur heldur hvassliga at Áslu).
Meg varir, at tygum eru ikki so hvøss móti Sigmundi og trú hans, sum eg eftir viðurskiftum kundi væntað. 

Ásla.
Ikki eri eg hugtikin av kristnini, men dóttir mín Ingibjørg er tað tessmeira, og tann má helst lúta, ið minni már.

Klókligast tykist tað mær eisini, at vit halda kristna trú nú á døgum, um vit skulu sita við búgv og fæ, tí ikki unnir Sigmundur heidnum væl, og hann eigur valdið nú.

Hermundur (upp í háð).
Liggja tá allir Gøtuskeggjar í fjøtri?

Ásla (knikkar).
So nær sum teir eru kristnir menn og Sigmundi lýdnir.

Hermundur.
Tað man vera á sama hátt sum trøndir og upplendingar eru Ólavi kongi lýdnir, og kristnin man vera teim eins leys í holdum.

Eg frætti í Tórshøvn í morgun, at Tróndur í Gøtu sjálvur tólvti fór við stórari skútu suður Nólsoyarfjørð í lýsingini. Hann mundi helst hava eitthvørt í hyggju.

Ásla.
Ymist kann útfallið verða, um Tróndur og Sigmundur hittast, báðir hava valt lið. 

Hermundur.
Teirra millum kann fara at vera avgjørt, innan sól gongur til viða, tí eg frætti eisini, at Sigmundur í hesum døgum júst fer um oyarnar at krevja inn skattin sjálvur fjórði á lítlum báti.

Ásla.
Ymis er lagnan; men ofta hevur Sigmundur sigrað fámentur.

Hermundur.
Nú fáa vit at síggja. Annars vóru míni ørindi at síggja Ingibjørg og fáa at vita, um hugur tykkara er hin sami sum áður. Mær skortar nú ikki til fíggja, tí mikið er tað fæ, sum eg havi vunnið á útferðum, og drekin, eg kom á, er av teim størstu og bestu.

Ætla tygum at halda lyftið, Brandur gav? -

Ásla (undanførin).
Um hendan spurning vildi eg heldur talað við faðir tín enn við teg, sum siður hevur verið, og sum nú stendur heima.

Hermundur.
Sjálvandi tað; men mær tykist einki atgjørt, um tygum svaraðu mær beinvegis, júst tí at so stendur til, sum stendur.

Ásla.
Eg sjálv vildi fegin hildið lyftið, Brandur húsbóndi mín gav - men - -        

Hermundur (grískliga, reisist).
Hvat men?        

Ásla (leitandi og ivandi).
Ingibjørg er hugtikin av hesari nýggju trúnni - og lovast neyvan uttan kristnum manni, og - her eru nú eisini fleiri um boðið.

Hermundur (kaldliga).
Hvør hevur boðist henni?

Ásla.
Sigmundur Brestisson hevur gingið hart á meg fyri fosturbróður tín Arngrím.

Hermundur.
Vita teir um lyftið, sum Brandur gav faðir mínum fyri meg?

Ásla.
Ivaleyst tað; men Sigmundur leggur lítið í lyfti, tá um ræður at fremja kristnina. Hann ætlar at fáa tey størstu búgvini í landinum í hendurnar á sínum tegnum, tí so er sigurin honum lættari at vinna. Fjøldin fjeppist uppi í teimum, sum nakað eiga. 

Hermundur (gongur upp um gólvið).
Lítið tykist mær, Sigmundur vandar sær um vápnini, hann nýtir til at fremja sínar ætlanir við og koma sjálvræði bóndanna úr hondum teirra og landinum undir Noregs kongar. Ikki er slíkt høvdingaligt, at seta fostbrøður upp móti hvørjum øðrum í illsemju; tí tað má hann vita, at ikki lati eg mær so mætan lut av hondum gleppa í náðum!

Ásla.
Hetta mugum vær royna at sættast um í náðum, Hermundur. Ikki er Ingibjørg Arngrími væl hugað, hugsi eg. Ei heldur man hon hava gloymt teg.

Set teg nú niður, eg skal fara at bera inn mat og drekka. (Fer út).

(Um eina stund koma Ingibjørg og Tórgerð inn við føtum, konnum og steypum; tær seta frá sær á borðið og taka í hond á Hermundi).

Ingibjørg (letur sum einki).
Ver vælkomin, Hermundur!

Tórgerð.
Góðan dag, tað man vera í rættari stund, tú ert komin her, hugsi eg!

Ingibjørg.
Ger so væl, at tú setur teg at borðinum. 

Hermundur (setur seg á hin lægra beinkin, ikki í hásætið).

Tórgerð.
Nú hevur tú verið víða og sæð mangt og verið í bardøgum, veit eg?

Hermundur.
Her er eisini mangt hent, síðani eg fór, og hevur ikki alt verið friðarligt heldur. Tit hava ikki havt tað skemtiligt.

Tórgerð.
Tað er so leiðinligt, síðani fólkið varð kristið, her er einki uttan messusjongur at hoyra.

Ingibjørg (varandi móti Tórgerð).
Tórgerð, vara munn tín!

Tórgerð (spísk).
Eg skal tiga. (Fer út).

Hermundur.
Tað er tómligt hjá tykkum nú, síðan faðir tín fell frá.

Ingibjørg.
Á, ja, men ofta verður saknur og sorg sál okkara til bata.

Hermundur.
Hvør hevur uggað teg so brátt? 

Ingibjørg (við himnavendum eygum).
Kristur er mín uggi í allari neyð!

Hermundur.
Kann vera; men Kristur setist ikki í hásætið eftir faðir tín. Tú veitst, Ingibjørg, at feður okkara vóru sættir um, at vit skuldu koma saman. Nú haldi eg, stundin man vera komin at fremja teirra vilja. Eg vóni at vera tær so góður husbóndi, sum tú kanst ynskja.

(Meðan Hermundur hevur talað, er Tórgerð komin sníkjandi inn og stendur fjald aftan fyri eina súlu).

(Ingibjørg stendur sinnisrørd við høvur niður í bringu).

Hermundur (reisist og fer yvir ímóti Ingibjørg).
Ingibjørg, tú kendi hug mín, áður enn eg fór, sum eg kendi tín. Minnist tú á tekinið, vit lovaðu at vísa hvørt øðrum, tá ið eg kom aftur, um so var, at hugur okkara var hin sami?

Ingibjørg (bivandi).
Ja!

Hermundur.
Eg kom ríðandi til garðs á hvítum hesti, eg hevði hann við mær úr Suðuroyum. Tað bar tær væl ikki til. Tú lovaði at koma ímóti mær á tínum Svarta; ella er hugur tín ikki hin sami? Eg veit væl, at tílík lyfti vóru barnaverk; men eg fekk ein illgruna. -

Ingibjørg (álvarsfull).
Hugur mín er hin sami, Hermundur; men eg leggi treytir á.

Hermundur.
Og tær eru? -

Ingibjørg.
At tú skiftir trú og tekur við skírn av presti.

Hermundur.
Tú leggur harðar treytir fyri. Harðari enn eg eri førur fyri at ganga undir nú í stundini.

Ingibjørg (sum í angist).
Eg tori ikki, og eg vil ikki svíkja Krist, sum var mín einasti uggi í sorgini.

Hermundur (við harðari rødd, men ikki harðmæltur).
Tá kvíði eg, at tú fært hann, sum tær er ætlaður - Arngrím.

Ingibjørg (rættir hendurnar fram).
Nei, nei, Hermundur, eg vil ikki eiga drápsmannin. Teg elski eg fram um alt á foldum. 

Hermundur.
Men treytin?

Ingibjørg.
Á, skóna mær!

Hermundur.
Nú fari eg, Ingibjørg; men ikki longur, enn at eg kann standa tær við lið, um nakað gerst á. Mær berst fyri, at her verður ófriðarligt, áður enn langt um líður. Kemur tú í vanda, so saðla tær hin svarta, og tú skalt verða bjargað, ella skal Hermundur falla.

(Ingibjørg fer út til høgru við hondini fyri eygunum. Ásla kemur inn frá vinstru).

Ásla (óttafull).
Eg sá skútu sigla inn fjørðin, og vóru seglini spølut blá og hvít. Tað man eingin vera uttan Sigmundur, ið kemur at krevja skattirnar.

Tórgerð (loypur inn á leikpallin).
Onkur onnur ørindi man hann hava framíhjá í dag, kvíði eg!

Hermundur (ivandi).
Kemur Sigmundur her, so man honum hava borið saman við Trónd, hvat so er vorðið av Gøtuskeggjum? 

Ásla.
Ja, ymsir eiga. Eg noyðist at halda meg til hansara, sum við yvirlutan er.

Hermundur.
Tá kann tað vera, at tygum tørvar at vera kvik í vendum, sum nú er háttað, tí satt er tað, at ymsir eiga! (Fer vreiður á dyr).

Ásla (vindur saman hendur).
Nógv er tað fyri at lata vinir fara í vreiði og verða noydd at taka væl ímóti yvirgangskroppum; men veikar eru verjuleysar kvinnur, og ognini er at bjarga. (Fer út).

Tórgerð.
Nú var Hermundur vreiður. Ikki gongur reystari maður á Føroya steini enn hann. Var eg í tínum stað, Ingibjørg, eg seldi meg fegin til heljar fyri at eiga hann, um tað so bert var eina nátt. Kemur Sigmundur her, er Arngrímur ivaleyst við, og tá svitast tað ikki, at teimum berst saman. (Klappar saman lógvar). Tað verður ein dystur!

To top

Annar partur

ANNAR TÁTTUR.

Sama høllin sum í fyrsta tátti; men nú er hon tjaldað. Langt borð stendur fyri framman hásætið og tað er reitt við góðgæti.

Í hásætinum situr Sigmundur Brestisson, honum sita undir høgru lið Einar og undir vinstru Tórir og Arngrímur Aðalsson. Ásla stendur frammi á gólvi høgrumegin, Ingibjørg og Tórgerð ganga fyri borðum; men Ingibjørg teskar nakað við Tórgerð og hvørvur brátt.

Sigmundur.
Eg vóni, at vit munnu koma til sættis um hetta mál, og bøtur ætli eg ikki at spara, um tær lystir at taka við teimum. Eg eri eisini fúsur til at lata bøturnar ganga í staðin fyri skattirnar, tú skyldar at rinda kongi.

Ásla.
Ikki ætli eg so skal vera, og ikki skulu vit í dag gera av, hvussu verða skal við at lata bøtur. Tað var Brandur, sum skoraði teg á hólm, Sigmundur, hann fall, og stórur var mær missurin; men Brandur fall í bardaga, har maður stóð móti manni, so eftir lógini skulu ongar bøtur fara fyri hann. - Viðvíkjandi Ásmundi er annað mál, hann var dripin sær óvart, og fyri hann skal Arn- grímur lata fullar bøtur. 

Sigmundur.
Eg bjóði bøtur vegna Arngríms.

Ásla.
Teimum taki eg við vegna Tórgerðar.

Tórgerð (hvøll).
Fyri faðir mín skulu ongar bøtur verða tiknar, hann skal verða hevndur.

Sigmundur.
Mær tykir, gentan er illa siðað, Ásla. Skulu vit so lata bøturnar ganga fyri skattirnar?

Ásla.
Skattirnar eri eg væl før at rinda, um so er skylda mín.

Sigmundur.
Skylda tín er tað, eins og tað nú er skylda alla føroyinganna; men eg kann eira hvørjum, sum mær líkar.

Ásla.
Eingi eirindi tørva her. Gerið so væl at fylgja mær út í búðir; har ætli eg at leggja fram fæið, ið tørvur er á til skattir.

(Hon fer, Sigmundur og menn hans reisast og fara við út til vinstru). 

Tórgerð (stendur eftir í høllini eina, hørm í huga).
Harmiligt er at síggja drápsmenninar breiða beinkir og hásætið,  her Brandur  faðir- bróðir ráddi, og síðan sjálv verða noydd at ganga teim fyri borðum. Ikki skuldi so til- gingið, var eg maður, sum eg eri kvinna, (bítur saman tenn og knýtir nevar), bráðan banan skuldu teir fingið!

Hermundur (kemur inn og hoyrir tað, sum Tórgerð sigur).
Ikki verður Sigmundur av einum vegin á víðum vølli.

Tórgerð.
Ert tú her, Hermundur?

Hermundur.
Mær tykir tú gerst so rísin, Tórgerð lítla, hvat hevur her verið á vási?

Tórgerð.
Tað hevur verið her á vási, at Ásla húsfrúa hevur boðið Sigmundi Brestissyni hásætið og noytt okkum systrar at ganga ránsmonnum fyri borðum.

Hermundur.
Slíkt er harmiligt; men hon veit sær ikki mangar útvegirnar.

Tórgerð.
Hevur tú nakað dirvi, Hermundur, og ætlar tú tær Ingibjørg, so mátti tú ikki latið svørð títt sitið so fast í slíðrunum, meðan hesir ránsmenn reika um búgvið, sum Brandur ætlaði tær.

Hermundur.
Tær nýtist ikki at eggja mær, lítla mín; men tað veit eg, at annað skal enn orðabrask at skifta høgg við Sigmund og menn hans.

Tórgerð (firtin).
Mær kann tað vera eins, antin tú ella Arngrímur fær Ingibjørg, bert eg kundi fingið hann, eg vildi.

Hermundur.
Er Arngrímur her við?

Tórgerð.
Hann og alt hitt harkið fór beint nú út í skattkamarið at ræna fæ niður í noregskongar.

Hermundur.
Tú veitst, at Arngrímur er fosturbróðir mín.

Tórgerð.
Tað veit eg; men eg hati Arngrím mest av øllum.

Hermundur.
Hvat sigur Ingibjørg um hann?

Tórgerð.
Hon elskar hann - ikki, hugsi eg. 

Hermundur.
Veitst tú, hvar Ingibjørg er?

Tórgerð.
Ja, hon rýmdi í áðni og stongdi seg inni í bønhúsinum. Hon var ikki ment at vera her longur, segði hon, hon bað meg eisini saðla sær “Svarta”; so eg veit ikki, hvat hon ætlar. 

Hermundur (stendur eina løtu tigandi, fer so út).

Tórgerð (stendur eina løtu tigandi eftir í høllini; men talar so hugfangað).
Áh, Freya góða, sum Hermundur er eiggiligur, túsund ferðir ov góður fyri teg, Ingibjørg, tí tú ert vorðin eitt bert hím av hesari nýggju trúnni!

(Tórgerð skal fara út, men er ikki sloppin útum, tá ið Sigmundur, Einar, Tórir, Arngrímur og Ásla koma innaftur. Hermundur kemur seinni tigandi inn um dyrnar).

Sigmundur.
Ja víst, tað vóru kanska høvuðsørindini, og sum eg sigi tær, Ásla, ætlan mín var, at vit kundu komið til sættis um hetta eisini í dag. Einki skal av mínum verða spart til tess at bøta um lut Arngríms.

(Hann verður í tí sama varur við Hermund, sum nú gongur fram í høllina).

Nú, í navni Krists, hvør er hesin vápnaði maður, mær ókunnur, í høll tíni, Ásla?

Ásla (kløkk).
Hermundur, ert tú her enn?

Hermundur (sáttligur).
Ja, her eri eg enn og ætli mær at vera her fyri fyrst. (Vendir sær til Sigmundar). Ikki nýtist mær at spyrja. Tú ert Sigmundur Brestisson. - Eg eri sonur Steingríms bónda úr Eysturoy, Hermundur eiti eg.

Sigmundur.
Hvørji eru ørindi tíni, Hermundur, og hví ert tú komin her?

Hermundur.
Er høllin, eg standi í, tín, meðan tú spyrt so?

Sigmundur.
Munnkátur ert tú, unglingi, at tú svarar mær so nasadjarvt aftur. Veitst tú, at eg eri Sigmundur, so veitst tú eisini, at eg eri høvdingi í Føroyum, og allar hallir her eru undir valdi mínum. 

Hermundur.
Tí veit eg ikki av, og haldi eg rætt mín til hesa høll vera betri enn tín!

Sigmundur.
Ert tú kristnaður, ungi maður?

Hermundur.
Nei, hvørki eri eg ella ætli mær at verða kristnaður, meðan eg ráði mær sjálvur.

Sigmundur.
Tá eigur tú ongan grið á hesum landi, tí mær hava hægri boðið at kristna hvønn mann í Føroyum ella annaðhvørt drepa hann.

Hermundur.
Slíkt havi eg spurt; men ikki er tað landsmonnum til frama, at tú dregur sjálvræðið bóndanna undir Noregs kongar; tí frælsir fluttu feðrar várir higar vestur.

Sigmundur.
Lítið manst tú vita, hvørt landi og fólki er til sannan frama!

(Hann gongur fram, setist í hásætið, og menn hans setast honum undir liðir).

Tú fert nú at svara mær, Ásla húsfrúa, um tað er so, sum eg havi hildið, at tú ætlar at geva burtur dóttur tína til Arngríms Aðalssonar, hirðmans míns?

Ásla (himprast almikið).
Sum tú veitst, Sigmundur, havi eg sjálv ikki beinvegis sett meg ímóti hesari giftu; men meg bindur annað lyfti, so mær ber heldur ikki til at játta beinvegis, og Ingibjørg sjálv, ja hon hevur kanska ringari hug at játta enn eg.

Sigmundur.
Hvat tí lyfti viðvíkur, sum tú sipar til, so ert tú ikki bundin til tað longur, tað tori eg siga teg  leysan frá vegna tess, at her hevur verið trúarskifti. Øðrvísi er tað við gentuni. Hon má svara fyri seg; men hon má nú vera so vitug, at hon dugir at seta ætlan Guds fram um sína. Leiðið hana inn, vit mega tala við hana.

Hermundur (stígur nøkur mennilig stig fram á gólvið).
Tað nýtist ikki, meðan eg eri her, eg skal svara fyri hana og spara henni tann ómak at síggja drápsmann faðirs síns sita í hásæti hans oftari í dag.

Sigmundur (reisist).
Tú ert ósmæðin, unglingi, at tú soleiðis kemur tær upp í okkara viðurskifti her í dag! 

Hermundar.
Eg eri so ósmæðin, sum hann má vera, ið stendur á landsins fyrndargamla rætti. Ingibjørg og móðir hennara skylda at svara mær, áður enn tær svara nøkrum øðrum í hesum spurningi, tí Brandur faðir hennara gav faðir mínum tað lyfti fyri fýra árum síðani, at eg skuldi eiga fyrsta rætt til Ingibjargar og búgvið her eftir hann.

Sigmundur.
Ásla, svara tú honum!

Ásla (heldur óviss og jánkalig).
Hermundur, tú veitst, at Ingibjørg hevur lagt tær treytir fyri. Hon verður ikki kona tín, uttan at tú tekur við trúarskifti og verður kristin maður. - Og nú hevur tú júst fyri alla manna oyrum her í dag sagt, at tú aldri ætlar tær at verða kristnaður, meðan tú ræður tær sjálvur. - Tú hevur, soleiðis tykir mær, sjálvur sagt allan rætt til Ingibjargar frá tær.

Hermundur.
Tá feður okkara trúlovaðu okkum, høvdu teir somu trúgv báðir, henni livdu teir í og doyðu teir fyri. Hvat síðani er umskipað, skal eg ikki líða órætt fyri. 

Sigmundur.
Heiðin maður eigur ongan landagrið her og má ikki giftast kristnari kvinnu, so vóru boð Ólavs kongs til míns!

(Tórgerð, sum hevur staðið og lurtað við dyrnar alla tíðina, loypur nú inn á gólv undir liðina á Hermundi).

Tórgerð (óð).
Miklir eru drápsmenn og ránsmenn nú í metum her á garði, tá ið Ásla fosturmóðir letur teir skipa hásætið, meðan hon letur frælsan mann og góðan vin standa frammi á gólvi. Líkligari tykir tað mær, at hon kravdi hevnd enn tugdi bøtur fyri Brand, sum var feldur við órætti, og faðir mín, sum var dripin óheiðurliga.

Ásla.
Tórgerð, tú hevur ov lættan munnin; far av durunum!

Hermundur (stígur fram móti Sigmundi).
Eg krevji eftir lands lóg her fyri fullgóðum váttum, at Ingibjørg Brandsdóttir ikki verður givin nøkrum manni, fyrr enn mær lógliga er frákendur rættur til hennar á tingi!

Sigmundur.
Og eg sigi tær, vegna høvdingarætt mín frá Ólavi kongi, at tú ert friðleysur og útlagin, um tú ikki tekur við kristnari trúgv í hesari stund.

Hermundur.
Hasi orð manst tú hava sagt her einaferð fyrr, tá skildu svørðini trætuna, lat tey so gera tað einaferð enn!

Sigmundur.
Tað nyttar tær einki at eggja mær til hólmgongu; so ólíkan bardaga taki eg ikki upp; men eftir sum tú býður tær fram, so far tú ímóti Arngrími, tá fáa vit eisini avgjørt í somu syftu, hvør av tykkum skal eiga Ingibjørg og búgvið her.

Hermundur.
Vit eru fosturbrøður, og er tað tí ikki líkligt, at vit ganga á hólm saman uppá lív og deyð.

Sigmundur.
Tú ert heiðin, og Arngrímur er kristin, trúarmunurin loysir upp øll fosturbrøðrabond.

Tórgerð (sum gongur og smýgur út og inn, teskar Hermundi nakað í oyra).

Hermundur.
Eg taki við hólmgonguni um teir kostir, ið fyri eru lagdir! 

Sigmundur.
Og tú, Arngrímur?

Arngrímur.
Eg geri, sum harri mín býður. 

(Arngrímur reisist, teir draga báðir svørðini úr slíðrunum og fara út, Einar og Tórir fara aftaná. Sigmundur og Ásla standa einsamøll eftir í høllini).

Ásla (í harmi).
Harðliga og brádliga fert tú fram, Sigmundur. Lítlan frama tykist tað mær vera fyri landið, um slíkir unglingar høgga hvør øðrum banasár.

Sigmundur.
Krists ríki og tess útbreiðsla á jørðini fram um alt.

Ásla.
Eg skilji ikki, hvussu hin milda kristna trúarlæran kann semja slíkt vitleyst manna- dráp við kærleik Guds til alla mannaættina á foldum!

Sigmundur.
Gud er alvísur, hann metir ikki framferðina, men endamálið.

Ásla.
Tað kann vera; men ikki vinnur tú fólkið við harðskapi her á landi.

Sigmundur.
Hoyr meg, Ásla! - Ein undangongumaður má ikki hugsa um at ganga fólki eftir lagnum og lúta fyri gomlum fordómum, sum býr tí í holdi; hann má bert stevna beint áfram móti tí bjarta endamáli, hann hevur sett sær, og ikki aftra sær, men ryðja av rásini teir, sum vilja leggja seg í vegin, veri sær vinir ella óvinir.

Ásla (fram fyri seg sjálva sum í neyð).
Gævi tað var so væl, at annar parturin út av hevði verið við yvirlutan, tí einki er verri enn hetta. Eg eri ikki før at skilja, hvør trúgv ið beinari er; men fyri meg er tað ringast, at ymsir eiga, tí hann ið verjuleysur stendur, verður slongdur millum parta og má halda seg til hins sterkara, um hann vil ríkja. (Hon fer út).

Sigmundur (reisist og fer fram á hallargólvið, gongur aftur og fram, tað tekur so líðandi at dimma).
Veika kvinna, tær liggur vátt undir fótum; miklar eru ognir tínar, og væl dugir tú at sita um búgvið, men hjarta títt er neyðarsligt, tað tráar bert eftir tí, sum foldini hoyrir til. Hugsjónir eigur tú ongar, hvørki  fyri hinum gamla ella fyri hinum nýggja. (Steðgar gongdini).

Nú eru teir í hólmgongu. - Um nú Hermundur verður við yvirlutan, so eru ætlanir mínar brostnar, hetta var kanska ovboðið - men her kundi ikki verða gjørt øðrvísi. Her mátti Kristur sjálvur døma.

Tað var Krists rødd, sum legði mær avgerðina á tunguna, sum so mangan fyrr, og Krists rødd er álitið. Kristur má geva Arngrími sigur, tí tað er Krists ríki, hann vil fremja! (Gongur aftur).

Setist Arngrímur í hásætið her á garði, so er kristnin mikið framd í landinum, og máttur Gøtuskeggjanna mikið minkaður. (Steðgar aftur sum í iva).

Teir vóru tó fosturbrøður og skyldmenn, var hetta ikki ovboðið? – (Gongur aftur).

Nei! nei! burtur allur ivi! Her mugu ongar verðsligar maktir koma sær uppímillum. Her er bert tala um útbreiðslu Krists ríkis. Hann tekur alt upp á seg, tá ið vit berjast fyri ríki hans! (Steðgar aftur og tekur hondina upp fyri andlitið). - Men! -

(Sigmundur nígur á knæ sum í bønagerð, men reisir seg aftur, tí í sama bili hoyrist mikið óljóð at koma nærri fyri uttan, og inn koma Einar, Tórir og prestur).

Sigmundur (sum í miklum ótta).
Nú frændur, hvussu er gingið?

Tórir.
Illa!

Einar.
Arngrímur er fallin!

Tórir.
Ja, Hermundur feldi hann við svørði sínum.

Einar.
Tað gekk til við svikaráðum; hetta kanst tú vátta, prestur.

Prestur.
Ja, har var vissuliga gandur uppi í leikinum.

Sigmundur.
Segði tú gandur, prestur?

Prestur (øsin).
Ja, eg segði, ramur rúnargandur var har havdur á lofti, hvar hann so kom frá. Ein valkyrja á svørtum hesti kom Hermundi til hjálpar, tá ið um galt.

Sigmundur (í halgari vreiði).
Slíkt havi eg verið varur við fyrr - fjandin er sterkur í tænarum sínum, men vær lítum á, at Kristur er sterkari í sínum, og er, sum tit siga, skal dýrt verða viðlagt her til tess at fremja osum hitt halga endamál.

Sigið so hóvliga frá, hvussu atburðurin var!

Tórir.
Teir fóru ikki harðliga fram í byrjum; mær tókti, at hvørgin vildi annan særa.

Einar.
Tað gekk sum á leikvøllum; men -

Sigmundur.
Lat tú Tóri frænda siga frá!

Tórir.
Ovmikið vísti Arngrímur Hermundi tær listir í vápnaferð, sum tú hevur kent honum;
men sum eingin veit her á landi uttan vær  frændur.

Einar.
Tað sá eg einki til; men tað var eyðsæð, at Arngrímur trokaði Hermund almikið.

Tórir.
Umsíðir harðnaði leikur tó.

Einar.
Vær vórum allir vissir um, at vinningur stóð Arngrími til! 

Tórir.
Mær varð so hyggjanđi eystur um ánna - skýmligt var vorðið tá. - Har barst mær ein sjón fyri eygu, eg sá.    

Einar.
Vær sóum tað allir samlir!

Sigmundur (vreiður og áltráur).
Hvat sóu tær frændur, sigið tað brátt og satt!

Tórir.
Tað mátti vera eitt av teim vættum, sum fylgja heidnum - ein mannfylgja - - ein valkyrja. -

Prestur.
Ja! Hjálpi mær Jesus! var tað ikki fólk, tað svørji eg við hin halga kross!

Tórir.
Tað kann ikki vera dult, tá satt skal verða frágreitt, at í hesi somu stund óks Hermundi almikil megi, og áður enn osum vardi, hevði hann felt Arngrím við svørði sínum, sum hann reiggjaði ymsum hondum.

Einar.
Hvat sigur tú, frændi? - Har vóru mong svørð á lofti í senn, og ørvarnir, sum hvinu frá henni á hinum svarta, mundu teir ikki vera hvaðna verri?

Tórir.
Ørvar sá eg ongar!

Prestur (hulisligur).
Har var meir áfatt, enn tit sóu!

Sigmundur.
Sanniliga, her ber alt at tí borði, at óndar og trølskar maktir hava valdað. - Tú vart ov ungur og óroyndur í trúnni, Arngrímur, annars hevði ikki so gingið til.

Prestur.
Tað vardi meg altíð!

Sigmundur.
Ongum er hetta líkari, enn at Tróndur í Gøtu er her í nánd og eigur part í atburðinum.

Tórir.
Satt man vera, sum tú sigur; men hvat er nú til ráða at taka annað enn at hopa undan?

Sigmundur.
Ikki skal tó so verða, frændi. Nú skulu bitrir brandar brúkast, meðan stundin er. Nú má bera saman millum Krists og Óðins - millum mín og Hermunds! Vitið tær hvar hann er?

Tórir.
Hann er ikki langa leið gingin enn. 

Sigmundur (dregur svørð úr slíðrum).
Komið, fylgið mær!

(Teir fara allir skundisliga út til vinstru, prestur aftastur. Nú er vorðið skýmligt í høllini. Um eina løtu kemur Tórgerð ljódliga inn frá høgru, hon sær rørd og uppøst út, men heldur ongan gang og talar við doyvdari men sterkt rørdari rødd).

Tórgerð.
Hetta var tó hin fagrasti vápnaleikur, eg nakra tíð sá!

Lættliga sum flákrandi ternuveingir leikaði svørðið í hondum Hermunds, so leingi hann bert hugsaði um at verja seg fyri Arngrími; men snørp og hvøss sum flogið á lundanum, tá ið hann stoytir frá fjallinum, fullu høggini, tá ið hann ætlaði at fella hann. - Søta hevnd, svalandi leskjudrykkur, nú komst tú niður á mítt tysta hjarta! Eg nøtraði í ótta, inntil Arngrímur fell deyður til jarðar; nú eri eg stillað aftur, og nú veit eg tað fyri vist. Eg elski Hermund. Eg, og ikki Ingibjørg, skal eiga hann, her ella hinumegin deyðan! Eg lati fegin lívið fyri at vera fevnd av Hermundi.
(Hermundur hoyrist at koma inn frá høgru).

Tórgerð (sum í ótta).
Nú kemur hann! Hvat skal eg gera? (Hon stillar seg har, tað er mest skýmligt). 

Hermundur.
Hvar man hon vera farin? Hestur hennara stendur fyri uttan, so hon man vera her inni. Eg má finna hana sum skjótast, og vit mugu bjarga okkum fyri fyrst, tí ivaleyst geva teir mær ikki grið. (Hann verður nú varur við Tórgerð). 

- Á! Ingibjørg, dýrasta ogn mín, ert tú her! Kom, skunda tær, vit mugu fara í stundini á hestum okkara; menn mínir eru allir í Tórshøvn. Her kann eg ikki verja teg.

(Tórgerð stendur still. Hermundur loypur til og tekur hana í føvningin, men kennir í sama bili, at tað er Tórgerð).

Hermundur.
Tórgerð! - er tað tú!

Tórgerð (sum í ørsku).
Ja! tað eri eg! - Hví sleppur tú mær? - Tak meg, Hermundur sterki!

Hermundur (við andstygd).
Ert tú vorðin vitleys, purka! - Hvar er Ingibjørg?

Tórgerð.
Í bønhúsinum.

(Hermundur snýr sær á og skal leypa á dyr).

Tórgerð.
Tað var eg, sum reið tær ímóti, tá hon ikki tordi - ikki vildi! 

Hermundur (í sárum vónbroti).
Áh! ónda kvinna, hvat hevur tú gjørt? Til ólukku vart tú gitin og borin, at tú skuldi elva mær til onga nyttu at høgga fosturbróður mínum banasár. (Fer niðurboygdur út til vinstru).

(Í sama bili koma Signundur, Tórir, Einar og prestur stormandi inn frá høgru við bregðnum vápnum).

Einar.
Har fór hann, eg sá heklarnar á honum. (Teir storma allir út til vinstru. Uttanfyri hoyrist snjalt mannamál og vápnagný eina stund, so verður alt kvirt).

(Tórgerð, sum hevur staðið fjald í skugganum, kemur fram, fer til dyrnar vinstru megin og kagar út eina løtu, so kemur hon inn aftur mitt á leikpallin).

Tórgerð (sum í ørsku).
Nú er Hermundur fallin, og so fær Ingibjørg hann ikki. - Brátt skulu vit nú møtast í Fólkvangi hjá ásum og ásynjum. Eg skal fylgja tær mín Hermundur, har skal Freya reiða okkum brúðarbeðin

To top

Triði partur

TRIÐI TÁTTUR

Ein lendistøð í nánd við garðin hjá Áslu. Neyst vinstrumegin. Høgrumegin stórir klettar.

Dimmi er í lætting. Útlit yvir fjørðin og oyggjar í fjarsýni. Í fjøruni stendur eitt drekaskip (róðrarskúta) tikin framí, men bert stevnið sæst inn fyri leikpallin vinstrumegin. Á einum steini við neystaveggin situr Tróndur í Gøtu, ella liggur upp móti vegginum, mestur sum burtur í øðrum heimi. Næstur honum, men tó eitt petti frá honum, stendur Steingrímur bóndi myrkur í huga fram á eina stóra øksi. Omaneftir móti drekanum síggjast herklæddir menn, tveir eru frammi, hinar sæst minni til.

Tróndur (reisir upp høvur, eygnalokini liggja afturá, andlitið lokið, bleikt og sum burtur øðrumegin).

Steingrímur.
Hvat sært tú, Tróndur? Sig mær!

Tróndur (talar lágmælt, røddin ljóðar fjar).
Sum í einum stjørnuskoti fóru teir framvið, báðir fostursynirnir. Eg hoyrdi rødd Hermunds, men skilti einki, hann hvarv so brátt. Arngrímur sveimaði fram við sum ein bleikur skuggi. - - Eg síggi hann enn. - Hann liggur á vali, nei, hann sveimar á lofti. - Hann er sum í tvíningum, hygg, nú skiljast teir, annar er geisandi bjartur og hevjar seg móti himni, hin er døkkur og samtykkir foldini.

Steingrímur.
Myrk er tala tín, men skilst mær, at her er ilt á ferð í nánd. Tú nevndi Hermund, sonin. Sært tú nakað meir?

Tróndur (við sama lag sum áður).
Alt er so kámt enn, hann er í tokuni. Eg tekki hann, tá ið ein glotti er, men glottarnir eru so stokkutir, eg komi honum ikki til tals. - (Tróndur drýpur niður høvur og tykist at sova, hann stynjar í svøvni).

Steingrímur (talar til hermannin, sum stendur honum nærri).
Verið til reiðar, búgvið tykkum væl, tí tað berst mær fyri, at her kemur at galda um mátt og megi í dag.

Hermaður.
Vær erum til reiðar, lítið á okkum.

Steingrímur (vendir sær til Tróndar og nemur við hann).
Nú! 

Tróndur (reisir høvur, men blundar). 
Hermundur!

Steingrímur (harðliga).
Sært tú Hermund, hvat sigur hann, hvar er hann?

Tróndur (talar sum úr svøvni).
Berjast mundu brøður 
benjardøgg fell.
- - -
Svíða av svikunum 
systrar tvær.
- - -
Hugprúðir helvegin 
hamferð fóru.
- - -
Bjørt lýsti Bifrøst 
banaðum heim.
- - -
Hátt gellir Heimdalshorn
hetjurnar valdmiklu 
ríða av vali. 
- - -
Geisandi glampar
glæman av Kristi.

Steingrímur.
Døpur er tala tín, Tróndur; men somikið er vist, at her er einki gott á ferð nú. (Rópar harðliga) Tróndur!

Tróndur (raknar við og loypur øðismikil á føtur).
Mær rýkur blóð í nasar, til vápna allir mínir menn! (Setist máttleysur aftur á steinin, men ressast brátt).

Steingrímur.
Komið allir, vær mugum søkja upp hús hjá Áslu og vita, hvat har er at frætta.
(Hann fer út millum klettarnar til høgru, hinir fylgja honum, Tróndur gongur aftastur. Leikpallurin er tómur 1 minutt).

(Inn koma so frá vinstru, omanfyri neystið, tætt frammi við áskoðarplássið, á skák oman móti strondini, hinumegin, har klettarnir eru: Sigmundur, Tórir, Einar og prestur. Prestur gongur á odda, Einar honum næstur, Sigmundur og Tórir fylgjast. Sigmundur ber seg ikki so væl sum áður; hann er bleikur, og blóð sæst frammantil á vinstru øksl).

Prestur (í tí hann kemur undan).
Victoriam est Dei et noster!

Tórir.
Dýrur tykist mær sigurin var keyptur.

Sigmundur.
Berið ongan ótta fyri mær, frændur, væl man eg enn tola skeinu, men Hermundur var hitt mesta reystmenni, eg havi borið vápn á, og stórt spell var, at hann so skuldi lata lív sítt; men so var vilji Guds.

Einar.
Grem teg lítið um tað, frændi, tí nú man stundin vera nær, at vær førum at ráða einsamallir.

Sigmundur.
Ikki nærri nú enn fyrr, tí nú brustu ætlanir mínar við Áslu, Ingibjørg og garði teirra so skammiliga.

Tórir.
Illa fórum vær av stað í morgun, at vær ikki drópum Trónd og menn hans, meðan teir runnu okkum undir høggið.

Einar.
Tað mundi ikki vera, tí neyvan roynist hann eydnismaður, ið verður Tróndi í Gøtu at bana, men nærri kann hann vera okkum, enn vær vitum.

Sigmundur.
Ikki tørvast okkum at óttast Trónd í Gøtu her á leið.

Tórgerð (kemur inn millum klettarnar beint ímóti teimum).
Ofta leypa trøll í orð. (Peikar yvir á róðrarskútu Tróndar). Hyggið!

(Allir venda sær á, og tøgn verður eina stund).

Tórir (vendir sær móti Sigmundi).
Nú eru tað míni ráð, frændi, at vær sleppum okkum burtur sum skjótast og fjalum okkum einshvørs vegna fyri fyrst, tí illa erum vær fyrireikaðir til bardaga nú, tú ert særdur.

Prestur.
Ja, satt er, sum Tórir sigur! (Fer skundisliga út til høgru).

Tórgerð (háðandi).
Nú, reystu oyggjaskeggjar, fara tit ikki í hølunum á honum? Tað sømir tykkum best, ránsmenn sum tit eru!

Einar (hóttar henni).
Vara tín káta munn, kvinna, og far her frá!

Sigmundur.
Einar, gev tú ikki kvinnuorðum gætur. Ikki eri eg á máli við tær, Tórir frændi. Ikki eigum vær nú at hopa undan; men heldur at bíða teimum her, tí nú tykist mær, at úrskurðarstundin millum okkara og Gøtuskeggja er komin. Nú ræður tí um at standa manniliga, ráði so Gud fyri, hvat endin verður, vær fremjum verk hansara.

Tórir.
Tú ert illa særdur, frændi!

Sigmundur (fettir sær á).
Enn er tó blóðið fløtt um hjartað.

Tórgerð (sum smýgur í kring klettarnar).
Nú man Steingrímur bóndi fara at fáa hevnd fyri sonin, festarmann mín!

Tórir.
Festarmann tín, var hann ikki trúlovaður Ingibjørg?

Tórgerð (øsin).
Jú, men nú eru Hermundur og eg trúlovað; hjá ásum og ásynjum skal brúdleyp okkara standa, har bíðar hann mær.

Sigmundur.
Hon er vitleys!

Einar.
Hon er so ógvuliga átøk henni á hinum svarta hestinum.

Tórir.
Ja, hon líkist henni nógv!

(Teir hyggja hvør upp á annnn eina løtu, ivandi. Tróndur og fýra menn koma í tí sama inn frá vinstru, har hinir komu fyrr. Tróndur kemur alt fyri eitt heilt inn, til hinar sæst bert eitt sindur, teir koma seinni heilt inn. Sigmundur gongur fram, tá ið hann sær Trónd).

Tróndur.
Sigmundur frændi, hvussu ert tú komin higar til garðs í dag?

Sigmundur.
Hitt sama kundi eg spurt teg, og við betri rætti, tí eg eri her í mínum lógliga ørindi og við loyvi Ólavs kongs.

Tróndur.
Títt skifta lógir her á landi nú á døgum, tykir mær. Ikki mátti okkum tørvast loyvi norskra konga til tess at fara um tað, ið okkara er.

Sigmundur.
Betur eru føroyingar varðveittir undir handajaðra Ólavs kongs, enn teir hava verið tað undir sjálvdømi tínum.

Tróndur.
Ikki munnu føroyingar fara at missa fótafesti her, meðan eg ríki, men vátt liggur teimum undir fótum, um teir allir koma undir títt vald. So fjeppin, sum tú ert vorðin uppi í teimum, ið valdið hava eystan fjørð, manst tú lítið vera førur fyri at skoða ígjøgnum snildir teirra ella at síggja, hvat teir hava í hyggju, tá teir sum mest láta fagurliga fyri at tekkjast errinskapi tínum og harvið fáa teg at røkja síni ørindi. 

Sigmundur.
Ongansinni havi eg gingið annans mans ørindi, mær til skammar, og heldur ikki gangi eg tey nú. Hægri er hann enn Noregs kongar, hvørs ørindi eg havi at reka; men tú tykist enn sum áður at reka tíni egnu ørindi, og bert tíni egnu.

Tróndur.
Illa rekur hann ørindi Guds, ið vanrøktar sítt egna fæ, og tykir mær, at tú, Sigmundur, hevur rikið tíni egnu ørindi fram um Guds í dag, so harðliga tú ert farin fram.

Sigmundur (háðandi).
Tí eg læt teg sleppa við lívinum á sundi?

Tróndur.
Tú hevði ráðini hjá tær tá við; men fyri tað, at tú eirdi okkum tá, eigi eg at vera tær takksamur; seinni fórt tú tó harðligari fram.

Sigmundur.
Ikki standi eg tær til svars fyri gerðir mínar, og man nú líða móti úrskurði okkara millum. (Tekur um svørðshjaltið. Einar og Tórir draga svørðini og hótta móti Tróndi). 

Tróndur
(dregur eisini svørð, men hopar tó øvutur undan í tí sama og rópar)

Mínir menn!

(Átta hermenn storma fram við drignum svørðum, skifta høgg við menn Sigmundar og troka teir).

Tróndur (rópar)
Ja, Sigmundur frændi, væl eri eg mannaður í dag, og illa verður tær úr, um okkum skal bera saman av álvara, tí tað veit eg, at ikki ert tú heilur maður, har tú stendur, sárt bert tú merki í síðu eftir svørðsoddi Her- munds, og bleik er tí kinn tín.

(Bardagin linar á; menninir standa tó við drignum svørðum).

Sigmundur.
Ongan biði eg mær grið av tær, Tróndur, hóast tú ert væl mannaður, heldur vil eg, at svørðini skulu døma okkara millum nú.

Tróndur (smegin í orðum).
Væl vil eg løna tær aftur, at tú slepti okkum ígjár, og sigi eg tær tí, at Steingrímur bóndi er her eisini við valdum liði. Hann hevur funnið sonin, har tú skiltist frá honum, og eru teir nú at seta hamin í heyggj. Steingrímur veit ikki enn um herverk tíni her, hann heldur, at Arngrímur og Hermundur eru gingnir saman um Ingibjørg, og at Hermundur hevur felt Arngrím, meðan hann sjálvur er deyður av sárum sínum. Mær er tó einki av tilburðinum dult, sá eg fullvæl, hvussu alt tilgekk, hóast eg ikki var hjástaddur. Nú ráði eg tær í vinavald, at tú gongur herfrá í friði, tí fær Steingrímur at vita tilburðin, og at tú ert her, so verður tær mikil ósigur úr í dag, tað er mær greitt.

Tórir (við Sigmund).
Hetta hevur ikki verið eydnuferð fyri okkum, eru tað tí míni ráð, at vær førum og ongar neisur roynum at vinna í dag.

Einar (eisini við Sigmund).
Tíanverri man Tórir frændi hava rætt; minst til, at tú ert særdur.

Sigmundur.
Sum tær viljið, frændur mínir. Í dag skal eg taka við ráðum tykkara. (Vendir sær móti Tróndi). Men dagur kemur eftir henda, Tróndur í Gøtu!

Tróndur.
Ja, Sigmundur, nú er uppgjørt okkara millum, og eingi svik eigur tú at brigda mær; men mangar neisur høvum vær Gøtuskeggjar tær at hevna, og tað skalt tú vita, áður enn vit skiljast, at nú ætli eg at savna lið til tess at søkja teg, hvar tað man fara at vera. 

Hermenn Tróndar.
Vær svørjum allir at vilja bana Sigmundi.

Sigmundur (vendir sær á).
Væl man eg at tora sova tryggan svøvn fyri hóttum tykkara.

(Sigmundur, Einar og Tórir ganga út til høgru. Tróndar menn standa eina løtu við bregnum svørðum. Steingrímur kemur inn frá vinstru, myrkur í huga. Hann sær hvussu menninir standa og støðgar).

Steingrímur.
Meg varir lítið gott, hvørjum hava tit havt vápn á lofti ímóti?

Tróndur.
Eg læt menn mínar royna ein dyst sínámillum til venju og gamans.

(Menn Tróndar stinga svørð í slíðrar).

Steingrímur.
Annað mátti tær nú verið í huga, Tróndur, enn gamansleikur, og ikki sá atburður mannanna spølin út. Heldur man onkur hava havt vápn á lofti ímóti tykkum, og hvør er hann?

Tórgerð (kemur leypandi inn á leikpallin).
Tað hevur hann, ið mætari er enn tit, tað hevur Sigmundur Brestisson.

Steingrímur.
Er Sigmundur her?

Tórgerð.
Ja, rætt nú fór hann til báts við monnum sínum.

Steingrímur.
Nú skilji eg leikin betur. Sigmundur man hava int herverkini her í dag. (Rópar): Til vápna allir okkara menn og eftir teimum, nú skal ikki dvína!

(Allir hermenninir fara til Steingríms, ið fer út aftur til vinstru, og mikil vápnagangur hoyrist fyri uttan).

Tróndur (rópar út).
Verið menn her ikki vitleysir og farið ikki av stað fram eftir fummum, áður enn tær vitið, hvat áfatt hevur verið.

(Steingrímur kemur inn aftur og tríggir menn við honum).

Steingrímur
Her skal eingin bjóða grið nú, eg vil hava hevnd yvir banamannin í stundini. 

Tróndur.
Ver ikki so bráðræsin, Steingrímur mín, men gev tol, at vit kunnu hugsa málið fyrst og síðan hevna, so tað munar.

(Steingrímur sissast, stingur svørð í slíðra; menninir gera tað sama og ganga á træðri sáttliga út av leikpalli, meðan Steingrímur og Tróndur tala).

Steingrímur.
Holl eru ráð tíni von at verða, Tróndur, men ikki fati eg, hví vit skuldu lata teir sleppa nú.

Tróndur.
Tað er mær av fornum lýst, at ikki verður hann eydnumaður, ið Sigmundi verður at bana.

Steingrímur.
Mær er lítið um eydnu ella óeydnu longur, eg havi mist tað, ið meira var; men illa var, at teir skuldu sleppa so.

Tróndur.
Ikki mundi tað vera. So mikið havi eg fram um teg, frændi, at mær er mangt opinbert, ið tær er dult. Vátt man nú fara at liggja Sigmundi og monnum hans undir fótum, og ikki fer tað at kosta okkum mikið mannafall at beina fyri teimum her eftir dags; men í dag kundi verið ymist, hvør ið átti.

Steingrímur.
Lat so vera sum er, mær fýsir lítið í dag. 

Tróndur.
Latum osum nú leita upp hús hjá Áslu húsfrúu, tí mangt man vera at ráðgera búgvi hennara viðvíkjandi í dag.

Steingrímur.
Einki leggi eg í at ráðgera um ognir og fæ. Í dag havi eg mist meira, enn tílíkt kann bøta. Men óhevndur skal Hermundur ikki liggja leingi, tað sigi eg tær, Tróndur.

Tróndur.
Fátt er so dýrmett, at ikki er afturbøtandi, og hevnd skalt tú fáa, tað lovi eg tær. Kom nú frændi. (Teir fara sáttliga út).

(Ingibjørg kemur spakuliga líkasum leitandi inn á leikpallin).

Ingibjørg.
Hvussu er hetta vorðið? Her er heldur eingin. Á øllum støðum er tómt, eingin menniskja at finna hvørki inni ella úti.

Hvar  man Hermundur vera farin?

Tórgerð segði mær, at hann og Arngrímur skuldu fara á hólm; viti Gud, hvussu tað mundi gangast. Eg havi ongan hitt síðani. (Tekur seg fyri bróstið við báðum hondum). Á, hvat eg eri trong og hjartkipt. Hvør, ið sigrað hevur, veit eg ikki; men eydnuleys verði eg, ið hvussu fer. (Hon rakar við bátin). Her er komin knørrur. (Hon gongur at stevninum). Hetta er róðrarskúta Tróndar í Gøtu, tað kenni eg fyri vist. So náði okkum Gud. Eru Gøtuskeggjar her og Sigmundur eisini, so varir meg enn meira ilt.

Tórgerð (kemur smúgvandi fram millum klettarnar).
Gongur tú her, Ingibjørg? Eg helt, at tú lást svímað enn uppi í bønhúsinum.

Ingibjørg.
Svímað var eg ikki, eg søkti bert einsemi og frið í Kristi; men hvat er áfatt her, hví síggi eg einki fólk?

Tórgerð.
Einki fólk, tað sigi eg, har situr full høllin uppi við hús: Tróndur í Gøtu, Steingrímur bóndi og allir menn teirra.

Ingibjørg.
Hvar er Hermundur, sig mær, Tórgerð.

Tórgerð (burtur øðrumegin).
Hon veit einki enn. (Hart við Ingibjørg) Hermundur sterki vann - sjálvandi. -

Ingibjørg.
Gud Harrin havi lov, tað var tó betur, so sleppi eg undan Arngrími. 

Tórgerð.
Og eg fekk hevnd fyri faðir mín. Aldri havi eg havt glaðari løtu, enn tá ið eg sá hann falla.

Ingibjørg.
Sást tú?

Tórgerð.
Ja, eg sá!

Ingibjørg (tekur hond um ennið).
Hvar ert tú, Hermundur? Hví kemur tú ikki -?

Tórgerð (hulislig).
Leingist tær eftir at fevna hann, systir?

Ingibjørg (ivandi).
Eg veit ikki.

Tórgerð (gongur forvitisliga yvir til Ingibjargar). 
Elskar tú Hermund nógv, systir?

Ingibjørg (í sterkari røring).
Ja, ja, eg elski Hermund - og eg ræðist hann!

Tórgerð (hulisliga).
Ver ikki bangin, systir! 

Ingibjørg.
Veitst tú, hvar Hermundur er?

Tórgerð.
Ja, eg veit!

Ingibjørg.
Stendur Svarti saðlaður?

Tórgerð.
Ja!

Ingibjørg.
Nú hugsi eg, at eg ríði Hermundi ímóti (ætlar at fara).

Tórgerð (tekur í Ingibjørg).
Far ikki!

Ingibjørg.
Hví skal eg ikki fara?

Tórgerð.
Tí tú torir ikki at ríða, har Hermundur nú er.

Ingibjørg.
Tori eg ikki? Hvat meinar tú?

Tórgerð.
Nei, tú torir ikki. Eingin kristnaður torir at ríða til Hermunds nú.

Ingibjørg.
Nú er hitt ringa lagið á tær, Tórgerð! (Slítur seg leysa og skal fara). Sig mær nú, hvar Hermundur er, um tú veitst tað! 

Tórgerð (tekur aftur í Ingibjørg).
Far ikki, lat heldur meg ríða fyri teg!

Ingibjørg (verður sinnisrørd).
Slepp mær, Tórgerð!

Tórgerð (í tí sama hon sleppur).
Uttan tað skalt tú vita, at eg havi riðið Hermundi ímóti eina ferð fyrr.

Ingibjørg (vreið).
Hevur tú!

Tórgerð.
Ja, tá ið tú stongdi teg inni uppi í bønhúsinum hjá hinum berskølluta, tók eg hest tín og reið móti hólminum, har Hermundur og Arngrímur bardust.

Ingibjørg (hóttir henni).
Tú!

Tórgerð (sigursglað).
Ja eg, og tá feldi Hermundur Arngrím knappliga; áður hevði hann bert leikað við hann!

Ingibjørg.
So kendi hann teg fyri at vera meg! 

Tórgerð.
Tað kann vera, men eg var har, tú ikki.

Ingibjørg (grundandi).
Hví hevur Hermundur ikki leitað meg upp síðan?

Tórgerð.
Hann leitaði meg upp fyrst!

Ingibjørg (vreið).
Tú lýgur, Tórgerð! Ella hevur tú svikið meg?

Tórgerð.
Nei; men eg elskaði Hermund hægri enn tú, systir!

Ingibjørg (hóttir henni í vreiði).
Sig mær, hvar Hermundur er!

Tórgerð (kaldliga og álvarssamt).
Hermundur er nú hjá fedrum okkara. Sigmundur hjó honum banasár, tá ið hann hevði felt Arngrím.

Ingibjørg (við stirdari rødd).
Tú lýgur! 

Tórgerð.
Nei systir, nú sigi eg satt. Hermundur er deyður, og Steingrímur bóndi við monnum sínum setti hann í heyggj í nátt. Brátt skal eg møta Hermundi á Iðavøllum.

(Ingibjørg stendur eina løtu stív og starir málleys, so tekur hon báðar hendur upp fyri hjartað og smellur deyð á gólvið).

Tórgerð (hugtikin í stillari ørsku).
Nú ræður um at skunda sær. Nú ríði eg Hermundi ímóti aðru ferð, systir. Tú kundi átt hann á lívi, nú skal hann verða mín í deyðanum. - (Vendir sær á). Nú komi eg Hermundur! (Fer kvikliga út millum klettarnar).

Prestur (kemur leitandi inn frá vinstru).
Hvar eru genturnar farnar? Eingin sigur seg hava borið eyga við tær. (Verður varur við Ingibjørg). Hjálpi Harrin, hvør liggur her? - Ingibjørg! - (Nígur á knæ; tekur um handleggir hennara). Hon bragdar ikki! (Tekur hana upp í føvningin og fer berandi hana út til vinstru).

(Uttan fyri leikpallin til høgru hinumegin klettarnar hoyrist ymist óttafult mannamál. Málið á Áslu hoyrist týðiliga, alt hitt er óskiljuligt).

Ásla.
Hygg! hon fer ríðandi á Svarta út gjøgnum líðina. (Óttamikil). Farið eftir henni, skundið tykkum!

(Rópar í angist). Nú fór hon av gøtuni. - Á! - hon øsir hestin. - Hann fer út av bakkanum við henni! (Eitt angistróp av fleiri røddum í senn hoyrist, og so er kvirt eina løtu).

(Tróndur og Ásla koma inn frá høgru síðu. Tróndur er dapur í huga og Ásla ber seg illa).

Ásla.
Hetta var mær ein dyggur stoytur. Tórgerð var altíð nakað ólátin; men at tað skuldi enda so, vardi meg ikki. Nú havi eg bert Ingibjørg at líta á.

Tróndur.
Ja, Ásla, illa hevur gingist tær, síðan Sigmundur kom við trúarskifti sínum og kúgaði teg til at bróta niður hovið og byggja bønhúsið.

Ásla.
Sigmundur kúgaði teg, Tróndur, ei dáni í at eg mátti lúta.

Tróndur.
Sigmundur kúgaði meg og húski mítt til vatnskírn; men hugsunarfrælsi og átrúnað mansins kann eingin kúga. Átrúnað mín hevði eg vunnið mær við royndum og rannsóknum, áður enn Sigmundur kom higar.

Ásla.
Íðan, hevur tú eisini mist álitið á Óðin og Tór?

Tróndur.
Ikki varir so mikið um nøvn og heiti sum um tað, at vit í royndum líta á ein Gud, ið er yvir okkum og øllum lutum okkara.

Ásla.
Sær tá hin sami Gud yvir lutir Sigmundar og tínar?

Tróndur.
Hann rindar hvørjum eftir gerðum hansara.

Ásla.
Tá fær Sigmundur ivaleyst ringt endurgjald fyri herverkini, hann her hevur gjørt.

Tróndur.
So man fara at verða.

Ásla.
Kom nú niðan til húsa, Tróndur, nú tørvar mær hjálp tína. Ingibjørg er mín einasta vón; men enn veit hon einki um, hvat her er hent í nátt og í morgun, og eg beri ótta fyri at siga henni tað. 

Tróndur.
Ta hjálp, eg kann veita tær, skalt tú fáa.

(Ásla og Tróndur fara til gongu, men í tí sama kemur prestur inn frá vinstru. Tey støðga á).

Prestur.
Eini sorgarboð havi eg at bera húsfrúu. Ingibjørg . . .    

Ásla (í angist).
Hvat bagir Ingibjørg?

Prestur (gongur fram til Áslu).
Húsfrúa má troysta á Krist. Ingibjørg er farin Harrans í hendur. Eg fann hana her og bar hana til húsa, hon bragdaði ikki.

Ásla (í sálarneyð).
Nei, nei! hetta ber ikki til, Ingibjørg kann ikki vera deyð?

Prestur.
Jú, húsfrúa, tað er tíverri ein óbroytiligur sannleikur.

(Ásla gongur nøkur stig fram, hoyknar so niður við neystavegginum og verður liggjandi fram á hendurnar niður á veggin í sorg og gremju). 

Tróndur (sum alla tíðina hevur staðið tigandi og álvarsamt grundandi).
Sig mær prestur, var Ingibjørg særd?

Prestur.
Nei, ikki tað vit kunnu síggja.

Tróndur.
Høvdu Tórgerð og hon verið saman, áður enn óhappið hendi?

Prestur.
Tað haldi eg víst er, tí í sama bili eg kom út, reið Tórgerð hiðani á hesti Ingibjargar.

Tróndur.
So er gátan gitin, Tórgerð hevur greitt henni frá øllum herverkum tykkara, og hjarta hennara er tá brostið av harmi, síðan hevur Tórgerð gjørt enda á sær. Hetta eru fruktirnar av vitleysa atburði tykkara. Far tú nú hiðani prestur, um tú vilt eiga lív.

Prestur.
Um eg fari, og tú tekur ræði her, man Sigmundur leita sær hjálp hjá Ólavi kongi í Noregi og veita tær atsókn, tí ikki gevast vit við at boða læru Krists, meðan vit eru á lívi. (Fer til Áslu og roynir at fáa hana til gongu). 

Tróndur (gongur fram á leikpallin móti áskoðarunum). 
Ilt er at alvar 
oyggjanna seggja 
ræði sær ræna 
ramir í tøkum.
Verri er vorðin 
vandin í Føroyum, 
tá lívd sær leysingar 
leita í Noreg.
Løtan er loksins 
lið at savna.
Banabrandar 
bitrar eggja, 
áður enn ovseint 
ótrúgvar týna. TRIÐI TÁTTUR

ótrúgvar týna.

To top

Viðmerkingar

VIÐMERKINGAR

Regin í Líð skrivaði leikin “Høvdingar hittast”. Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum, nýtti hetta skaldanavnið, tá ið hann gav út fagurbókmentir. Hann varð borin í heim í Miðvági 13. august 1871. Barnaárini mundu ikki vera øðrvísi enn hjá børnum flestum um hetta mundið; hann luttók í fyrifallandi arbeiði og gekk í skúla. Lærari hansara var Jacob Jacobsen úr Havn, sum hevði gingið á fyrsta skúlaskeiði nýstovnaða Læraraskúlans í Havn, og sum hevði verið ein vetur á danskan háskúla. Kona lærarans, Anna Kjelnæs, hevði eisini verið á donskum háskúla, og her í heimi teirra fekk smádrongurin Rasmus kunnleika um háskúlarørsluna.

Hugur hansara til sjálvur at sleppa av landinum at kunna seg við háskúlalívið var so sterkur, at hann - hóast hann var borin til festið niðri í Stovu við Kirkjar - megnaði at bróta seg burtur úr bygdarlívinum, at leggja aðrar leiðir, enn næstrafólk og fólk flest mundu hava væntað av elsta bóndasyni á einum valagarði. Í 1892 fór Rasmus á handverkaradeildina á Vallekilde háskúla, har hann var í tveir vetrar - um sumrini arbeiddi hann sum húsasmiður. Veturin 1896/97 fór hann á Askov háskúla, og her hitti hann Símun av Skarði. Saman settu teir á stovn Føroya fólkaháskúla í 1899. Rasmus var lærari á háskúlanum veturin 1899-1900 í Klaksvík, árini 1900-1909 í Føgrulíð og frá 1909, til hann legði frá sær fyri aldur í 1947. Rasmus sat á løgtingi fyri Sjálvstýrisflokkin 1914-1928. Hann doyði 5. oktobur 1962.

Tað ber til at býta bókmentavirki Rasmusar sundur í tríggjar bólkar. Hin fyrsti fevnir um skrivliga arbeiðið, hann legði úr hondum í tænastu Føroya Fiskimannafelags. 

Hann var blaðstjóri á blaði felagsins FF frá 1921 til 1928, og gav í 1936 út ritið “Føroya fiskimannafelag 1911-1936” og í 1946 “Landsfelagsskapur fiskivinnuni til frama”.

Annar bólkur fevnir um tað slóðbrótandi rannsóknararbeiði, hann gjørdi serliga innan føroyska plantulæru. Hann legði úr hondum “Plantulæru” (1910), “Føroya floru” (1936 - í øktari útgávu 1952) - “Gróðrarnýtsla fyrr í tíðini” (1946), “Føroysk plantunøvn” (1950) og “Gróður og gróðrarvánir” (1952). Hetta var av sonnum at bróta upp úr nýggjum: Eitt var tað, at føroyskar plantur her við skili vórðu settar í fasta skipan; annað var tað, at frøðiorð vórðu smíðað til allar plantufrøðiligar lutir - á hesum øki skapaði hann fullfíggjað føroyskt vísindamál.

Triði bólkurin - tær føgru bókmentirnar - fevnir um eina skaldsøgu, ein sjónleik, eitt stuttsøgusavn, eitt siðsøgusavn og ein hóp av týðingum. Týðingarnar eru lutvíst úr fornmálinum, “Tvær fornsøgur” (1942), “Fornmálasagnir og fornmálaljóð” (1945), “Hávamál” (eisini 1945), og lutvíst úr samtíðini “Tvær skaldsøgur” (1943) eftir enska høvundin John Galsworthy og “Fiskimaðurin“ (1922) eftir franska høvundin Pierre Loti.

Upprunaverkini eru skaldsøgan “Bábelstornið”, stuttsøgusavnið “Glámlýsi”, sjónleik-urin “Høvdingar hittast” og endurminningarbókin  “Sær er siður  á landi”.

Blaðið “Tingakrossur” kom út á fyrsta sinni í 1901, og í hesum blaði fingu tey innivist, sum hug høvdu at royna seg skaldsliga bæði í bundnum og óbundnum máli. Regin í Líð var ikki seinur at halda seg til, og fyrstu árini av hesi øldini finna vit fleiri stuttsøgur frá hansara hond í blaðnum. Nakrar av hesum læt hann samla í savnið “Glámlýsi”, sum kom út í 1912. Í hesum savni, sum “Hitt føroyska bókmentafelagið” gav út, eru tilsamans fimm prosaroyndir: “Hvítabjørnin” er týðing eftir danan Hans Kaarsberg; “Dreymamyndir” er prosapetti í háfloygdum stíli, har skaldið í eini sjón sær dís oyggjanna, sum greiðir frá søgu Føroya alt frá tíðarinnar morgni til dagin í dag. Hini trý prosapettini mugu kallast rættiligar stuttsøgur: Hin syrgiliga, eitt sindur góðvarna kærleikssøgan í seks   pørtum   “Minnisvarðin”  er ein, onnur er “Rakul” við frálíkum lýsingum av keypsstaðnum, av hinum snilda og ráðaríka reiðaranum og av fiskagentuni - ein søga, sum av samtíðini varð mett at vera dekan og djørv í viðgerð síni av viðurskiftunum millum kvinnu og mann, og at enda finna vit hugtakandi søguna “Eyðun” um gátuføra norðuroyingin, sum setur búgv við Huldugil suðuri í Vági.

Men undan útgávuni av søgusavninum var skaldsøgan “Bábelstornið” komin í 1909 - fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli.

Bókin er ein politisk ættarsøga, har vit um trý ættarlið fylgja húsfólkunum á tveimum gørðum, Uppi í Stovu og í Jógvansstovu.

Umframt at lýsa samskifti millum menniskju í gerandisdegnum leggur høvundurin hendingarnar til tey politiskt so livandi árini um leið 1850, tá ið Niels Winther trínur inn á føroyska samfelagsleikpallin. Høvuðspersónarnir mugu taka støðu til stevnu Niels Winthers, og seinni eru teir við í vaknandi tjóðskapartíðini.

Annars lýsir høvundurin stríðið millum føroyskt og danskt, vísir á, hvussu illa tað føroyska og danska samtykkir eitt nú í einum hjúnalagi, og greidliga lýsir hann móttøkuna, afturhaldið heima í Føroyum gevur honum, ið hevur leitað sær út um eingjargarðar at vinna sær útbúgving og kemur heim aftur við ætlanum um at nýta nýmótans arbeiðshættir   í   vinnuni.

Triðja upprunaverkið er sjónleikurin “Høvdingar hittast”, sum kom út í 1928. Flest øll føroysk børn munnu frá barnsbeini vera lærd, at í Føroyingasøgu er  Sigmundur  hin reinlynti friðarmaðurin, meðan Tróndur í Gøtu er gandakallur og harðrendur heidningur. Í hesum sjónleiki verður onnur mynd givin av tíðini, tá ið kristindómurin varð borin fram fyri føroyingar: Sigmundur er her umboðsmaður fyri útlendskt vald - Tróndur hann, sum verjir føroyskan sið. Leikurin er at finna í handriti á Føroya landsbókasavni E 339.4.

Fjórða og seinasta upprunaverkið er endurminningarbókin “Sær er siður á landi”, sum kom   í   1949. Bókin er øll sum hon er ein siðsøgulig frásøgn um føroyskt bygdarlív seinast í farnu øld, har høvundurin í vøkrum málbúna svarar spurningum sum: Hvat tókst fólk við tær ymsu ársins tíðirnar? Hvørji amboð vórðu nýtt? Hvussu var klædnabúni teirra? o.s.fr. Men eisini onnur mál - minni ítøkilig - vórðu lýst, t.d. - mannahugsan og lívsáskoðan.

*

“Høvdingar hittast” kom, sum nevnt, út í bók í 1928 - við snotuligari kápumynd, sum William Heinesen hevði skorið. Prentaðar vóru 450 bøkur, og kostnaðurin fyri eintakið var kr. 2,-. Men leikurin er skrivaður væl fyrr. Hetta skilst av formæli høvundans:

“Uppskotið til hendan leikin var longu skrivað á Skarði 1910 og kom tíverri óbúgvið fram í blaðnum “Tingakrossur”. Leikurin er nú nógv umvaldur og í mangar mátar broyttur. Vónandi verða broytingarnar til bata, um honum eydnast at koma á leikpallin.

Tað kann tykjast ovboðið at føra fram í leiki mætastu menn í søgu okkara, og má leikurin vegna tess vænta sær at tola atfinningar og standa fyri skotum.

Leikurin fer fram í einari bygd eystan til í Streymoy, norðan fyri Tórshavn, sama dag og dagin eftir sum Sigmundur og Tróndur eftir søguni møttust í smølum sundi millum oya.

Yrkjarin hugsar sær, at teimum kann hava borið saman enn einaferð á tí sinni. Leikurin fer fram uttanfyri søguna; og broytir einki í henni.”

Sum høvundurin nevnir, varð leikurin prentaður sum framhaldstilfar í “Tingakrossi” – í níggju bløðum, fyrsta brotið 26. oktobur 1910, seinasta 18. januar 1911. Vert er at leggja til merkis, at leikurin ikki varð uppafturprentaður, tá ið fagurbókmentaverk høvundsins komu í 2. útgávu á forlagnum Bókagarði: “Sær er siður á landi” í 1985, “Glámlýsi” og “Bábelstornið” í 1987.

Sum annar av tveimum útgivnum leikum, varð “Høvdingar hittast” ummæltur í  “Sosialinum” 24. juli 1928. Rikard Long ummælir og nevnir brotið  “Føroyskir sjónleikir”:

““Høvdingar hittast” harafturímóti saknar ikki spenning. Her er buldur og vápnagný, brakandi orð og sterkar kenslur. Yrkjarin tekur evni sítt úr fornaldartíð okkara, frá døgum Sigmundar Brestissonar og Tróndar í Gøtu,  og letur hann báðar vera persónar í sjónleikinum. Tó verður her saknaður tann fastleiki, sum Føroyingasøga myndar sínar persónar við: bæði Sigmundur og  - serliga – Tróndur eins og kámast burtur. Sjónleikurin er yrktur eftir fornromantiskari fyrimynd, soleiðis at meira er lagdur dentur á spenning og øgiligar tilburðir enn til botns at greiða sálarkenslur teirra, ið leikurin er um.

Yrkjarin hevur viljað givið sjónleikinum ein fornsøguligan dám við at nýta forn orð og fornar máliskur, men hevur tað ikki eydnast honum so væl, sum ynskjandi er. Óivað hevði tað bert verið sjónleikinum til bata, um hann hevði verið yrktur á nútíðarføroyskum máli; tí hann, ið hevur glett seg yvir tað dygdargóða málið í “Bábelstorninum”, veit, at tá ið Regin í Líð leggur sær nær, skrivar eingin betri livandi føroyskt mál enn hann.

Tað man ikki fara at líða leingi um, áðrenn hesin leikur verður framførdur víða um í oyggjunum. Eydnast tað at finna leikarar, ið eru førir fyri at flyta málið nátúrliga fram, er hann so dramatiskur, at hann óivað verður væl fagnaður.”

Sambært yvirliti hjá Føroya Landsbókasavni er leikurin spældur í Sandavági, Haldarsvík, Vági, Gøtu, Kollafirði og Klaksvík. Spurnartekin standa tó við framførslurnar í Sandavági, Vági og Klaksvík.

Tað, ið føroysk bløð siga um henda spurning, er hetta:

Einki verður nevnt um nakra framførslu í Sandavági, Kollafirði ella Klaksvík

Sambært “Dagblaðnum” 2. februar 1944 verður leikurin spældur í Gøtu hetta árið:

“Høvdingar hittast” søguligur sjónleikur eftir Regin í Líð verður spældur í losjusalinum í Gøtu á kyndilsmessu kl. 6 og 9. s.p.”

Og hann verður uppafturtikin í somu bygd árið eftir. “Dagblaðið” 2.februar 1945 skrivar:

“Høvdingar hittast”, søguligur sjónleikur eftir Regin í Líð verður spældur í losjusalinum í Gøtu á kyndilsmessu kl. 6 og 9. sp.

Atgongumerki á 3. kr. fáast við at ringja  til tlf. 9 í Syðrugøtu.

Í hesum sama viðfangi eru gøtufólk í Klaksvík við leikinum. “Tingakrossur” hevur 28. februar 1945 hetta ummælið:

“Sjónleikurin “Høvdingar hittast”, sum er skrivaður av Regin í Líð, var framførdur her í Klaksvík av Gøtufólkum hóskvøldið og fríggjakvøldið hin 8. og 9. februar.

Sum kunnugt skal leikurin lýsa ta tíðina, tá Sigmundur kom til Føroya við kristnini, hvussu hann kúgaði fólkið at taka við kristnari trúgv og at gjalda skat til Ólav kong av Noregi.

Ein hansara størsti meinbogi var Tróndur í Gøtu við Skeggjum sínum, sum ikki vildi lata seg kristna og ei heldur vildi avreiða nakað av landinum til Noregs.

Her afturat kemur hin verjuleysa kvinnan, sum situr við miklum góðsi og eigur bert vær døtur, nú maðurin er deyður, og eingin er at verja góðsið. Onnur dóttirin er kristin, og onnur heiðin. Her kemur tað fram, sum er sermerkt fyri kvinnuna, at hon heldur seg til tann partin, sum sterkastur er.

Hesin sjónleikur er nakað torførur at framføra, men skal tað sigast, at teir einstøku spælararnir greiddu sínar uppgávur væl.

Ásla, hin verjuleysa kvinnan, ið mist hevur mann sín, og somuleiðis dóttir hennara Ingibjørg, sum er vorðin kristin, frambóru sínar “rollur” væl, men spæl teirra var nakað einstáttað. Harafturímóti Tórgerð, sum er heiðin og bert vil hava hevnd yvir faðir sín, spældi sera væl og gekk upp í sína “rollu” við lív og sál.

Hermundur, ið eisini spældi Gøtu Tróndur, greiddi uppgávur sínar væl, men ein legði til merkis, at málið á Hermundi og Trónda var nakað eins; annars verður hildið, at hesin maður spældi betur sum Tróndur enn sum Hermundur. Tróndar “rolla” var soleiðis sera væl spæld.

Sigmundur bar seg væl sum høvdingi, har hann sat í hásætinum heima á garðinum hjá Áslu og ikki minni tá ið hann hitti Trónd og menn hansara. Tað var ein myndugleiki og fastleiki yvir eygnabrá hansara, og ramligt og hóttandi var orðafelli, ein sannur høvdingur. Felagar hansara, Einar, Tórir og Arngrímur, somuleiðis Gøtuskeggjar, høvdu lítið at siga, men vóru teir kanska nakað stirvnir burtursæð frá vápnaleikinum, sum teir framdu óføra væl.

Steingrím bóndi spældi væl, hann var ramligur maður og sera tráur at fáa hevnd yvir son sín Hermund, sum Sigmundur hevði felt.

Prestur spældi óføra væl.

Um leikin í síni heild er at siga, at hann var væl framførdur, og Gøtufólk hava gjørt sær ein ómetaligan ómak fyri at fáa klæðini so góð, sum tey vóru. Tað er næstan ein gáta, hvussu teir hava fingið alt hetta skreytið í hesi tíðini, nú einki fæst av nøkrum.

Serliga hugtakandi var, at teir á leikpallinum til seinasta tóku saman og dansaðu og kvóðu trý tey seinastu ørindini av “Gøtuskeggjum”.

Gøtufólk skulu hava stóra tøkk fyri, at tey komu higar at vísa okkum henda frálíka sjónleikin, og tað er at vænta, at hesi ungfólk fara at spæla fleiri sjónleikir eftir henda.”

Árið fyri  verður leikurin framførdur í Vági. Hetta skilst av hesum ummæli hjá Rikardi Jensen í “Tímanum” 18. mai 1944:

Sjónleikir í Vági.

Her í Vági hava í vár verið framførdir ikki minni enn tveir sjónleikir, “Høvdingar hittast” og “Hjá dalabóndum”.

Hvør sjónleikurin var framførdur fimm kvøld (umframt royndarkvøldið) fyri fullum húsi. Tað er til sjónleikin Høvdingar hittast at fylgjandi viðmerkingar eru:

Leikurin hevur sum kunnugt søguligan uppruna, Sigmundur og Tróndur —høvdingakynini tá á døgum — og kristnanin av oyggjunum er høvuðsgrundin í sjónleikinum. Høllin í fyrsta og øðrum parti ger, at ein fyri álvara kennir seg, sum staddur á døgum teirra fyrstu landnámsmanna, tá heiðin siður var hildin í æru: Høll prýdd við skurðgudum og hásæti, útskornum súlum, — vakurt og snotiliga gjørt.

Høvuðsleikararnir: Sigmundur Brestisson (Sámal Johansen), Hermundur Steingrímsson (Alfred Dahl), Ásla (Alfrida Thomasen) vóru framúr. Hin heidna, Tórgerð, (Helena Hjelm), prestur (Nap. Mortensen) og hin syrgiliga Ingibjørg (Ella Dahl) vóru frálíka heppin, eina mest rørandi er, tá ið Torgerð greiðir Ingibjørg frá deyða Hermunds, og tá ið Ingibjørg smellur deyð í gólvið, og prestur ber hana út.

Tað má sigast um øll, at tey greiddu øll væl frá tungu, meðan áskoðararnir sótu hugtiknir.

Seinasti parturin hevði hin vakrasta leikpallin: Sundalagið, fjøllini norður eftir Eysturoy, grønar líðir, sum ganga niður at bergtromini – vøkur sjón – tikin framí stendur róðrarskúta Tróndar í Gøtu. — Tá tjaldið fer frá, sær ein Trónd (Nap.  Nolsøe), sita á einum steini, eyguni saman - svevur. – Tróndur hevur ikki nógv at tala, men hevur hina syrgiligastu, og vandaligastu rolluna; - hann átti kanska at verið størri maður – grovari á máli, væl førligari; men høvdingaligur var hann í atferðum – tó avgjørt lá hansara partur ikki eftir.

Eisini áttu fosturbrøðurnir at farið meira kurteisliga út (teir fóru jú á hólm, uppá lív og deyða).

Við rætti kann sigast, at sjónleikurin var væl framførdur, og eigur Vág góðar sjónleikarar, sum ivaleyst standa mát við teir bestu í Føroyum, og er ætlan teirra til veturs at framføra ein ella tveir tá.

Eisini vóru fólk sera hugtikin av teimum vøkru, søguligu búnunum, ið góvu sjónleikinum ein glæsiligan dám. William Smith málarameistari hevur verið heppin við listararbeiði sínum, og er tað hitt mest krevjandi arbeiði til ein sjónleik – høllin í fyrra og øðrum parti – eins og bílætið í triðja partinum – útsýnið norðureftir – er so rámandi, sum maður kundi fingið tað frá hondum; hann hevur soleiðis við sínum dygdararbeiði givið sjónleikinum størri virði.

Peningurin, sum inn er komin, fer til eitt sjónleikarhús í Vági, ið tørvur er á. Tjóðskaparliga er sjónleikurin “Høvdingar hittast” kanska hin besti, vit eiga; men hann er tungur at framføra; evnið er frálíkt, og málið er vandaligt, fornt.

Ja, frálíkt var leikað, tað má sigast.”

Sambært “Føroyatíðindum” 3. novembur 1956 er leikurin aftur á skrá í Vági hetta árið:

“Høvdingar hittast”, sjónleikur eftir Regin í Líð, verður í næstum framførdur í Vági.”

“14. september” skrivar 25. februar 1954:

“Høvdingar hittast”. Sjónleikur í trimum pørtum eftir Regin í Líð verður framførdur í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið komandi kl. 7 og sunnudagin kl. 4.

Undir lýsingini stendur Ungmannafelagið Virkið, so tað eru ikki havnarfólk, men sandoyingar, sum framføra leikin. Og sandoyingar taka leikin upp aftur 25 ár seinni. Hetta váttar hesin stubbin í "Sosialinum” 17. januar 1979:

“Í næstum fer ungmannafelagið heima á Sandi, Virkið, undir sjónleikarframførslu. Tað er sjónleikurin “Høvdingar hittast” eftir Regin í Líð, sum er á skránni. Tað er nærum á hvørjum ári at sjónleikur verður spældur á Sandoynni. Ungmannafelagið hevur fingið stuðul úr Dali og Húsavík.”

Sagt hevur verið, at leikurin varð sýndur í Haldarsvík í 1940. Tað vita bløðini einki um at siga, men í “14. september” 21. februar 1976 stendur at lesa:

Sjónleikurin “Høvdingar hittast” eftir Regin í Líð verður í kvøld og í annaðkvøld leiktur í Halldórsvík. Hetta er ógvuliga tungur leikur. Sjónleikurin er ógvuliga væl leiktur, og Olivur Næss og Óskar Hermansson  hava eftirlit við venjingunum. Leikurin er ógvuliga krevjandi, og leikararnir eru nógvir. Endamálið er at útvega pengar til Avhaldshúsið í Vík, sum skal umvælast og útbyggjast.

“Høvdingur hittast”  var tíðliga týddur til íslendskt. Hetta skilst av handriti, sum liggur í handritasavninum E 339.4 á Føroya Landsbókasavni:

Höfðingjar hittast : sjónleikur í þremur þáttum / Regin í Líð ; Aðalsteinn Sigmundsson þýddi úr færeysku.

“Dimmalætting” 22. apríl  1939 skrivar í hesum sambandi:

“Det færøske skuespil “Høvdingar hittast” af Regin i Líð, som er oversat af Aðalsteinn Sigmundsson, vil den 6. maj 1939 blive udsendt af Reykjavík Radio. Iscenesætteren er Haraldur Björnsson.”

Nýstovnaða føroyska útvarpið tekur eisini henda táttin upp sum sjálvsagt íkast til ta tjóðarbygging, ið stovnurin tá tykist meta seg vera part av. “Dagblaðið” skrivar 22. septembur 1959 frá útvarpinum:

“Sjónleikir og hoyrispøl.

Sent verður nýtt hoyrispæl “Hin ivingarsami” eftir Valdemar Poulsen, “Høvdingar hittast” eftir Regin í Líð, “Eitt leygarkvøld í Bringsnagøtu” eftir H.A. Djurhuus, “En folkefiende” eftir Henrik Ibsen, sum nú er umsettur, “Ferð Sganarells” eftir Ludvig Holberg.”

*

Ummælið í “Tingakrossi” av framførslu gøtumanna í 1945 nevnir trý tey seinastu ørindini av “Gøtuskeggjum”. 

112. Tróndur í Gøtu gramdi seg,
at skepnan so skuldi leiða;
av sorg og sút yvir Føroyaland
tann gamli gubbi doyði.

113. Tróndur doyði av sorg og sút
og elli, gav upp anda,
ikki kemur hans líki aftur,
so leingi Føroyar standa.

114. Tróndur elskaði føðilandið
sína ævi alla.
- Enda skal nú Gøtuskeggjar
og rímuna lata falla.

Yngri sjóvarbóndin Jens Hendrik Djurhuus (1799-1892) yrkti “Gøtuskeggjar”, CCF nr. 235. Sagt hevur verið, at í hesum ørindunum kemur fyrstu ferð til sjóndar ein onnur áskoðan enn tann vanliga, sum hevur verið at hoyrt um leiklut teirra, ið mugu sigast at vera høvuðspersónar í “Føroyingasøgu” – um Sigmund og Trónd.

Eyðvitað hava fleiri – sum tjóðskapartíðin tekur við – lagt seg á hesa kósina. Ein teirra er Janus Djurhuus (1881-1948), sum í “Gandkvæði Tróndar” tekur soleiðis til:

“Ramar eg risti

rúnir, ið rinda

ravni ræ.

Sanna skal Sigmundur:

Tróndur trøllsterkur kvað.

Verjast skal Valhøll,

ið vølvur veittu

miklum norðlanda

monnum til mið.

Eydnast at inna

ei skal Sigmundi

eystlanda sið.

Fjallfríðu Føroyar,

ramasta rúnin

ritað av gudum

um einstakra rætt!

Trygdareið Tróndur

hann treystligt at verja

svór síni ætt.

Hevjið í homrum

harðmælta kvæðið.

villu valkyrjur

veitið mær vørn.

Fram móti Sigmundi

skip hansar sorandi,

land honum forðandi,

fram móti kristni

kirkjurnar brótandi,

Tróndur til Tórs og Óðins er blótandi,

høgt kvøður heiðin ørn.”

Yrkingin er prentað í “Tingakrossi” 14. februar í 1908. Sermerkta ljóðlagið sigst Janus hava lænt úr kendu yrkingini “Skarphéðin í brennuni”, sum íslendingurin Hannes Hafstein (1861-1922) , skald og stjórnmálamaður, yrkti. Tað er ikki óhugsandi, at Rasmus á Háskúlanum hevur fingið íblástur úr yrking Janusar, tá ið hann setti á at skriva leikin norðuri á Skarði um ársskiftið 1909/10.

Annar, ið viðger henda spurning, er Sigurð Joensen (1911-1993), løgfrøðingur, politikari og høvundur: Í frálíku stuttsøgu síni “Eg stoyti heitt”, prentað fyrstu ferð í “Jólum uttanlendis”, 1944, seinni í verkinum “Eg stoyti heitt” – fyrra bindi, (Mentanargrunnur studentafelagsins 1987) letur hann  á tingi vættrakongin siga  vættrasøgu Føroya:

 “Tá ið norðmenn komu her á land fyri meir enn túsund árum, tá høvdu vit búð her, síðan landið grasaðist. Vit búðu í bergi og undir fjøllum. Haðan komu vit oman og tóku væl móti Grími Kamban og monnum hans. Hetta vóru menn, ið okkum dámdi. Hugdjarvir menn, ið heldur enn at lúta undir øðrum settu súlurnar í óbygdum landi og vistu tó ikki, hvussu oyggjavættrarnar fóru at verða teimum sinnaðar. Men einki høvdu teir at óttast. Tað fór at verða væl lambað í Funningi, tá ið Grímur Kamban var setstur har. Vit tyrptust um hann, og øllum ansaðu vit eftir. Vit leiddu hann fram á seiðatorvur og bjargafugl, og ikki skuldu smálomb detta í glopur hjá tílíkum manni. Funningur hevur aldri verið so íbygdur av hesum vættrum sum tá.

Á døgum Tróndar vóru tær eisini tættar í Gøtu; hvør lærdi hann gand, var tað ikki vit? Tað stóð hart um at verja sjálvstýri landsins, okkara partur lá ikki eftir.

Tá ið Sigmundur bar fram ta kristnu trúnna á Havnartingi, varð sum kunnugt fyrsta vættrating í Eysturoynni. Okkum dámdi ikki ta eysturlendsku læruna, og tað var okkum hart ímóti, at føroyingar góvu seg inn undir norskan kong.”

Sigrið av Skarði Joensen (1908-1975) viðger eisini spurningin í stubbanum “Gøtutróndur”,  sum stóð í “Búgvanum” nr. 9, 1944 og seinni er prentaður í savninum “Vør – greinir 1937-72”, Ungu Føroyar 2009. Hetta er seinasta pettið:

“Tróndur og Sigmundur samdust aldrin av álvara. Teirra politikkur var so ólíkur, at semja feklst ikki í lag. Teirra stríð vardi til Sigmundar deyða. Aðalstríðið teirra millum var stríðið um Føroya suverenitet. Í hesum spurningi er Tróndar støða greið. Ferð eftir ferð kravdi hann, at allar avgerðir skuldu takast í Føroyum. Hann vildi tí geva Sigmundi sjálvdømi teirramillum og ganga undir Sigmundar dóm. Ímóti honum stóð Sigmundur við tí styrki, ið Hákun jallur og seinni Ólavur kongur veitti honum. Hann var jalsins og kongsins ørindadrongur. Eftir Sigmundar deyða var tað útlendska valdið yvirstaðið í Føroyum. Í Føroyum ráddu føroyingar. Seinni vildi kongur uppaftur skattseta føroyingar, og av tí stóðst mikið og hart stríð, og Tróndur stríddist tað, hann var mentur, og hann bjargaði suverenitetini so leingi, hann andi.”

Ta drúgvastu lýsingina av hesum viðurskiftum eigur Rógvi Thomsen, cand.ped. (f. 1948), í greinini: “Høvdingar hittast: Tróndur í Gøtu og Sigmundur Brestisson í føroyskum bókmentum og samleika.” FRÆNDAFUNDUR. Fyrilestrar frá íslensk-færeyskri ráðstefnu í Reykjavík 20. – 21. augúst 1992. Fyrilestrar frá íslendsk-føroyskari ráðstevnu í Reykjavík 20. – 21. august 1992. Ritstjórar: Magnús Snædal, Turið Sigurðardóttir. Háskóli Íslands, Háskólaútgáfa, 1993.

*

Mangt bendir á, at sum dagar líða, fer meir at verða gjørt at lýsa leiklut teirra, Tróndar og Sigmundar í Føroyingasøgu. Ikki minst tí at fornfrøðiligar rannsóknir hesi seinastu árini hava staðfest, at búseting hevur verið heima á Sandi so tíðliga sum í 3. øld eftir føðing Krists, og at fleiri og fleiri søgufróð fólk eru farin at føra fram, at stríðið í Føroyingasøgu ikki er millum kristinsdóm og heiðinskap, men millum rómverskan kristindóm, sum Sigmundur umboðar, og keltiskan kristindóm, sum Tróndur umboðar.

Okkurt bendir á, at Regin í Líð hevur varhugan av hesum longu um 1910, tá ið hann letur Trónd siga við Áslu:

“Sigmundur kúgaði meg og húski mítt til vatnskírn; men hugsunarfrælsi og átrúnað mansins kann eingin kúga. Átrúnað mín hevði eg vunnið mær við royndum og rannsóknum, áður enn Sigmundur kom higar.”

Og tá ið Ásla spyr hann, um hann hevur mist álitið á Óðin og Tór, svarar hann:

“Ikki varir so mikið um nøvn og heiti sum um tað, at vit í royndum líta á ein Gud, ið er yvir okkum og øllum lutum okkara.”

Her verður sipað til kredu Tróndar, sum sambært Føroyingasøgu ljóðaði soleiðis:

"Gangi eg ei eina út,
fýra mær fylgja, 
fimm Guds einglar;
beri eg bøn fyri mær, 
bøn fyri Krist, 
syngi eg sálmar sjey;
síggi Gud yvir luta mín!"

Fleiri hava víst á, at júst hetta at brúka tølini fýra og fimm er sermerkt fyri keltiska kristniøkið. Ein teirra er Elin Henriksen, lærari, sum hevur skrivað greinina: “Var Tróndur kristin, áðrenn Sigmundur kristnaði hann?”. Har tekur hon soleiðis til um kredu Tróndar:

“Gamlar írsk-keltiskar bønir, sum vóru at finna í Suðuroyggjum (Hebridunum) so seint sum í 19. øld, nevna ofta 4-5 halgimenni, sum skulu fylgja og hjálpa tí, sum biður - eins og í Tróndar kredu: "Fýra mær fylgja, fimm Guds einglar." Eisini innihaldið og bygnaðurin á Tróndar kredu annars minnir nógv um tær keltiskt-kristnu bønirnar og yrkingarnar. Har verður stórur dentur lagdur á, at Gud altíð er nærverandi við síni verju og umsorgan - ikki fjarur og dømandi. "Gangi eg ei eina út, .... síggi Gud yvir luta mín!" Vendingin "beri eg bøn fyri mær" minnir um innskriftirnar á keltiskt-kristnum gravsteinum, har tað ofta er talan um endurtøku: Navnið - biður fyri - navnið.”

To top

Heimildir

Bókmentir
Handrit: Leiklist E 339.4. Høvdingar hittast/Regin í Líð. Ein rulla av handskrivaðum bløðum, handrit frá 1909. Guðrun Gaard lær Føroya landsbókasavni 17. septembur 2012. Innihald: Skrivibók “Handrit til “Høvdingar hittast”, byrjað á Skarði í novembur 1909 – lokið í Havn í mai 1928 (límað aftur).

Handrit: Leiklist E 339.4. Höfðingjar hittast : sjónleikur í þremur þáttum / Regin í Líð ; Aðalsteinn Sigmundsson þýddi úr færeysku. Tórshavn 1938 – 99. A-4 síður. Innihald: 2 maskinskrivað ljóstøk á íslendskum; 1 innbundið og signerað ljóstak á íslendskum; útprentaður og óinnbundinn sjónleikurin á føroyskum; permur; "cliché" við mynd eftir William Heinesen
“Dagblaðið” 2. februar 1944.
“Dagblaðið” 2. februar 1945.
“Dagblaðið” 22. septembur 1959.
Dahl, Árni: “Bókmentasøga I-III”, Fannir 1980-83.
“Dimmalætting” 22. apríl 1939.
Djurhuus, Jens Hendrik: “Gøtuskeggjar” CCF nr. 235, Føroya kvæði VI. bind, 1972.
Djurhuus, J.H.O.: “Yrkingar 1898-1948”, Mentunargrunnur Studentafelagsins 1988.
“Føroyatíðindi” 3. novembur 1956.
“Fjúrtandi september” 25. februar 1954.
“Fjúrtandi september” 21. februar 1976.
Galsworthy, John: “Tvær skaldsøgur”, Regin í Líð týddi, 1943. 
Henriksen, Elin: “Var Tróndur kristin, áðrenn Sigmundur kristnaði hann?” www.sprotin.fo.
Joensen, Sigrið av Skarði: “Gøtutróndur”, “Búgvin” nr. 9, 1944. Eisini prentað í savninum “Vør – greinir 1937-72”, Ungu Føroyar 2009.
Joensen, Sigurð: “Eg stoyti heitt”, stuttsøga, “Jól uttanlendis 1944”. Eisini prentað í savninum “Eg stoyti heitt” – fyrra bindi. Mentanargrunnur studentafelagsins 1987.
Líð, Regin í: “Bábelstornið”, skaldsøga, Hitt føroyska bókmentafelagið 1909, 2. útg. Bókagarður 1987, e-bók: Sprotin 2011.
Líð, Regin í: “Glámlýsi”, smásøgur, Hitt føroyska bókmentafelagið 1912, 2. útg. Bókargarður 1987, 3. útg. ritstjórnað, gjørt verkevni og skrivað eftirskrift hevur Kirsten Brix, Føroya skúlabókagrunnur 2003.
Líð, Regin í: “Høvdingar hittast”, sjónleikur, Egið forlag 1928.
Loti, Pierre: “Fiskimaðurin”, føroyskað hevur Regin í Líð, 1922.
Rasmussen, Rasmus: “Føroya fiskimannafelag 1911-1936”, Føroya fiskimannafelag 1936.
Rasmussen, Rasmus: “Føroya flora”, Føroya málfelag 1936, 2. økt útg. Skúlabókagrunnur løgtingsins 1952, 3. útg. Føroya skúlabókagrunnur 1970.
Rasmussen, Rasmus: “Føroysk plantunøvn”, 1950.
Rasmussen, Rasmus: “Gróðrarnýtsla fyrr í tíðini”, 1946.
Rasmussen, Rasmus: “Gróður og gróðrarvánir”, 1952.
Rasmussen, Rasmus: “Landsfelag fiskivinnuni til frama”, Tórshavn 1946.
Rasmussen, Rasmus: “Plantulæra”, 1910.
Rasmussen, Rasmus: “Sær er siður á landi”, endurminningar, Egið forlag 1949, 2. útg. Bókagarður 1985.
Rasmussen, Rasmus týddi: “Fornmálasagnir og fornmálaljóð”, 1945.
Rasmussen, Rasmus týddi: “Hávamál”, 1945.
Rasmussen, Rasmus týddi: “Tvær fornsøgur”, 1942.
“Sosialurin” 24. juli 1928.
“Sosialurin” 17. januar 1979.
Thomsen,Rógvi: “Høvdingar hittast: Tróndur í Gøtu og Sigmundur Brestisson í føroyskum bókmentum og samleika.” FRÆNDAFUNDUR. Fyrilestrar frá íslensk-færeyskri ráðstefnu í Reykjavík 20. – 21. augúst 1992. Fyrilestrar frá íslendsk-føroyskari ráðstevnu í Reykjavík 20. – 21. august 1992. Ritstjórar: Magnús Snædal, Turið Sigurðardóttir. Háskóli Íslands, Háskólaútgáfa, 1993.
“Tingakrossur” 14. februar 1908.
“Tingakrossur” 26. oktobur 1910 – 18. januar 1911.
“Tingakrossur” 28. februar 1945.
“Tímin”, 18. mai 1944.

Summary

Summary 

The play “Høvdingar hittast” (“Chieftains meet”) is set more than a thousand years ago in the early years of the Norse settlement of the Faroe Islands. It has been assumed that the Norwegian (farmers, vikings?) that immigrated from Norway to the Faroes (and Iceland and later even to Greenland) did so as a protest against the high taxes which the Norwegian king forced them to pay. By leaving Norway they felt free of the king’s demands and able to live as independent men in the new country.
The play introduces the conflict between two of the Faroe Islands’ chieftains – Sigmundur and Tróndur. Sigmundur sees himself as the Norse king’s envoy who is to convert the islands out west to Christianity and at the same time bring them under the rule of the Norwegian monarchy. Tróndur is opposed to Sigmundur’s socalled Christianity mission, flatly denies to obey Sigmundur’s orders to be baptised and accuses Sigmundur of betraying their independence in the new country.
The other characters of the play seem to differ in their choice of taking sides in the conflict. The weak and insecure wonder who might be the strongest in the end - and what will happen if you support the losing side? The strong and determined unflinchingly support what they believe is right, no matter what.  An eternal dilemma known through centuries all over the world.  
 
To top