Jákup á Møn
Sigrid Niclasen
Sjónleikur í 4 pørtum
Leiktur fyrstu ferð: 1890
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis
Tey leikandi
Álvar-Jógvan
Dani-Meya
Jákup á Møn, sonur teirra
Hálvdan, húskallur hjá teimum
Ísakur Dirðil
Haraldur bóndi
Gyðja, dóttir hansara
Katrin, vinkona hennara
Gortra, arbeiðskona
Óluva, arbeiðskona
Beyga, arbeiðskona
Balsar, ein útróðrarmaður
Fyrsti Partur
Roykstova hjá Álvar-Jógvani. Hann og Meya sita hvørt sínu megin grúgvuna. Ísakur stikar skølingar. Hálvdan fæst við eitt snøri. Jákup liggur á beinkinum.
Jógvan.
Ja, Meya mín! Tað var væl, at Jákup ikki bleiv frárikin, sum øll spáddu.
Ísakur.
Banka! Ikki nýttist at reka Jákup frá; hann kundi nóg nógv.
Hálvdan.
Ikki mundi tað vera, heldur haldi eg, tað var undarligt, at hann bleiv framtikin, tí ikki dugdi hann meiri enn teir fimm partarnar og faðirvár, tá ið hann fór fyri prest.
Jógvan.
Sannheit at siga, so óttaðist eg fyri, hvussu tað mundi fara at gangast honum.
Meya.
Stutt kemur hann, ið óttast fyri ov mongum.
Hálvdan.
Hetta man matmóðir siga sannheit. Sum søgur ganga frá, so vóru tygum sjálv hjá presti og løgdu eitt gott orð inn fyri hann.
Meya (lær).
Lítið kennir tú tann hálshvíta, tá ið tú heldur, at tað hjálpti stórt at koma til hansara við berum orðum. Nei - hendan gamla kennir hann betur. Eg havi ongantíð viljað tikið tað upp á tunguna, tí øll hava nóg nógv við honum sum er, men her millum okkum sagt, so fór eg fyrst á kistubotnin, - og væl tók eg til, kunnu tit ætla, tí einans sonur er, og fegin vildi eg hava hann fram, ... og so fór eg til hin hálshvíta og stakk honum átta dálar í nevan so tigandi. Væl dámdi honum tað slagið, visti eg ... Og tað var tað, ið hjálpti.
Jógvan.
Tað vardi meg ikki. So tí var tað, hann bleiv framtikin! Ja, eg veit, tú hevur altíð verið ein skilakona.
Hálvdan.
Tað sigi eg: 8 dálar, tað var so vorðið sum offur. Men ikki skal eg misunna honum tað, hetta hevur verið ringt ár fyri hann. Mest sum allur seyðurin doyði hjá honum í vár, og eingin er grindin komin í ár heldur.
Ísakur.
Óreinskusettur, hevur nakar hoyrt slíkt! Væl visti eg, at hann var genegin eftir skillingunum, men at hann fór til at taka pengar framíhjá fyri ein so dugiligan drong sum Jákup, tað hevði eg forsvorið. Hevði tað av illum verið fyri ein, sum einki dugdi, so skuldi eg ikki talað um tað, - tí seint fyllist prestasekkur, sum danskarin sigur. Men Jákup dugdi sanniliga so nógv, sum honum nýttist. Heldur tú ikki við mær, Jákup?
Jákup (reisir seg).
Tað er vituligt, vit báðir halda altíð eitt. Tramin liggur á, hvat óvitar meina. Men eri eg ikki kønur í bókini, okkurt dugi eg, pílar og skot. (Springur á føtur og ger roysnir). Eg dugi meiri enn at mata meg, kann eg siga tykkum.
Ísakur.
Ja tú mást væl siga so. Banka! Okkurt dugir tú, hin rádni... Banka! Alt dugir at sita og blaða í einari bók. Slíkt er ikki fyri rættar menn sum teg, sovorðið.
Jógvan.
Lat tað nú vera gott og væl. Fram bleiv hann tikin, men ikki eru allar súðir syftar enn. Hvat skulu vit nú gera við hann? Mær tykist reiðiliga hann gerst meiri ólátaður dag fyri degi.
Meya.
Ætlanin var, sum tú veitst, Jógvan, at fáa hann giftan so skjótt og brátt, hann var tilgingin.
Hálvdan.
Skjótt er skitið verk, sum tey siga.
Meya.
Tað fer at vera harvið, tí ikki flættast við hann longur, - alt tað stríð, vit hava, at fáa hann at liggja einsamallan í song! Og tá ið menn ikki vilja gera tað, ið líkindir eru á, so eru einastu ráðini at seta teir í konugildi, tí har skulu teir nokk verða tamdir.
Jákup.
Háhá! Einki man tað fara og vera!
Meya.
So, søti mín! Tað heldur tú! Minnist tú kanska ikki aftur á hin jólaaftan, tá ið tú spottaði mommu tína, og eg gav tær klovan undir vangan? Ella hin kyndilsmessudagin, tá ið tú lastaði greytin, ið eg setti fram fyri teg! Var tað tá ikki eg, sum tók teg við hørðum tøkum og lærdi teg at fasta? Síðani hevur tú ikki verið so vandin í kosti, hin gamli!
Hálvdan.
Lítið vinna tit av Jákupi, allíkavæl. Hann ger ikki annað enn tað, honum sjálvum tykist.
Meya.
Góðlukka í skinnið, hann er ein góður drongur allíkavæl, hóast hann viðhvørt kann hava verið nakað bannsettur.
Hálvdan.
Kráka tykist altíð best um unga sín.
Ísakur.
Tað vil so vera, men Jákup er ein drongur, ið øll noyðast at vera góð við. Banka! Genturnar eru um at bera hann burtur, so býttar eru tær av honum.
Jákup.
Tað heldur tú, tær eru.
Ísakur.
Eg síggi tað. Banka! Nett sum av mær, tá ið eg var ungur. Genturnar bóru meg undir við hosubondum og selum.
Hálvdan.
Ikki hoyrist altíð so frá. Hvussuleiðis mundi tað tá bera til, at krakkurin varð brendur eftir tær á sinni?
Ísakur (kláar sær í vanga).
Ja, banka! Tað var lagnaðin... Hon er ikki góð undan at flýggja. Hóast tað mátti vart meg ta ferðina, eg fór at biðja mær vív, at tað fór at gangast mær illa. Tí, tá ið eg var komin á hálva leið, tá sá eg, at eg hevði gloymt bæði pung og pípustokk eftir heima. Banka! Tá átti eg at vent aftur, men eg helt beina leiðina fram allíkavæl... Ja, ja, tað er so gjørt, tað má so vera. Men Jákupi gongst ikki so, hann fær hvørja gentu, hann vil.
Meya.
Tað fær hann, tó hann tekur ikki uttan ríka gentu.
Jógvan.
Nei, tað er so vituligt.
Jákup.
Tað havi eg heldur ikki ætlað mær - hóast eg eri ungur av aldri, havi eg leingi hugsað mær um, hvaðani eg skuldi fingið tað vív, sum mær er sámi at fáa. Hvør av tykkum kann vísa mær á eina dámliga gentu?
Meya.
Gentuna skal eg vísa tær á, tað er eingin vandi. Hevur tú ikki hoyrt Gyðju Haraldsdóttur eystan fyri land tiltikna? Henni hevði mær dámt væl, at tú fórt eftir.
Jákup.
Jú, víst havi eg hoyrt hana gitna. Hon er nokk ikki so ódámlig?
Meya.
Hon er víða tiltikin fyri hendur sínar, hon dugir alt, ið sømir einum konufólki at duga, - bæði at spinna og binda. Og góðan ger hon matin til: slíkan ketilost havi eg ikki smakkað sum tann, eg fekk hjá Haraldi bónda eitt árið, eg gisti har.
Ísakur.
Banka! Hon er fitt í hondunum og at gera mat, sum tú sigur. Og hon dugir tað, ið meiri er, hon eltir garnatálg sum nakar maður. Tað kann eg siga tær, Jákup, henni fært tú nálg at, tað fyrsta tú bert eyga við hana.
Jákup.
Tað kundi borið á. Sum tit rósa henni, so er hon tað verd.
Meya.
Ja, hon er líklig í øllum lutum; smørið, hon kirnar, havi eg hoyrt prest tikið til. Hann gistir har, tá ið hann er eystanfyri. Men tað besta er eftir, hon er einans arvingi til átta merkur í jørð, sum tit vita.
Jákup.
Nú, tað er jú so vorðið sum. Ja, hon skal tað vera og eingin onnur. Eg beri sjálvur bønarorð fyri dóttur Harald bónda og tað tann dag í dag. Tað standist hvat av, ið vil.
Jógvan.
Bíða nú, ver nú ikki so bráður!
Jákup.
Jú, nú er at skunda sær, her er ikki at sita longur, best er at fara alt fyri eitt. Ísakur; tú fert mestur oman í Búðina og biður Ólav og Hanus koma við okkum, synir Guttorm á Bræðnum koma við, bert tú orðar tað við teir. Og Ísakur, hin rádni, tú kemur við, tað veit eg, so verða vit átta mans.
Ísakur.
Tað er vituligt, eg komi við tær.
Meya.
So er best, eg fari uttar í stovu og leggi tær klæðini fram. (Fer út).
Ísakur.
Ikki at tala um tað, tú fer í høgtíðsklæðir, tí sum mann sigur: eyguni skulu hava nakað. Banka! Konufólkið, tað er bannsett at hyggja eftir klæðunum.
Jákup.
Ber ongan ótta fyri mær, hvussu eg verði klæddur og hvussu ikki, so skal eingin hava sæð prúðari biðil farið av garði.
(Jákup fer og Ísakur aftaná).
Jógvan.
Eg hevði fegin viljað farið við tykkum, men eg troysti mær so lítið nú. Eg skal fara mær uttar og fáa honum upp í fløskuna, at hann kann leska seg niður á hjartað á vegnum. Men hetta tori eg ikki at lata Meyu síggja, tí einki dámar henni tað slagið. (Fer).
Meya (kemur inn aftur, hyggur uttan um seg).
Hvar er Jógvan? Eg helt, hann var her.
Hálvdan.
Hann var her beint nú.
Meya.
Eg ætlaði at biðja hann fara niðan í hjall og taka nakað av kjøti til ferðina. So noyðist eg sjálv at fara, tí Jákup er so skundisligur, hann hurtar so upp undir ferðina. (Tekur ein knív og fer).
Jógvan (kemur inn, kveitir í ymsar ættir).
Hálvdan.
Hahaha! Nú mundu tygum verið narraður. Meya var her og spurdi eftir tygum; hon ætlaði sær at biðja tygum fara niðan í hjall eftir kjøti til ferðina. Tá ið hon ikki fann tygum, fór hon sjálv.
Jógvan.
Tað var væl, at hon ikki fekk at vita, hvar eg var, tí so løgin er Meya, hóast hon ikki leggur stórt í, um eg smakki mær á, at fekk hon at vita, at eg gav Jákupi burturav, so hevði hon verið fúkandi. Eg plagi ikki at gera tað, eftirsum hon er so ill við brennivín, men til eina slíka ferð tykist mær, at ein lítil dropi er sjálvandi. Hvat heldur tú, Hálvdan?
Hálvdan.
Hvat eg haldi, skal eg so væl siga tygum, tá ið tygum spyrja meg. Eg eri so illa royndur, at tað er einki undur, um mær ikki dámar brennivín. Sum tygum vita, tænti eg norðanfyri í mínum ungu døgum. Eitt árið, vit vóru úti á Stapa eftir fugli, kom brim á okkum. Teir skundaðu sær oman at bátinum, men eg hevði tikið brennivínskaggan við og lá og svav við honum inni í einum holi, og teir fingu meg ikki til at vakna. So dáttliga vaks brimið, at teir heldur ikki fingu lagt at aftur eftir mær. Teir máttu rógva frá, og har sat eg í trý samdøgur. Einki hevði eg at halda lívinum uppi við annað enn ráan fugl, einki hevði eg vatnið heldur. Tað var ikki spæl at sita har og síggja deyðan fyri sær - tí ikki var annað at vænta - og vita, at tað alt var sjálvandi. Tá lovaði eg, at aftur á fløskuna skuldi eg ikki smakka, um Harrin spardi meg. - Ja, hetta plagi eg ikki at orka at tala um, men nú tygum spyrja, fari eg at svara sum eg haldi.
Jógvan.
Ja, ja, Hálvdan, tað var ikki spæl. Men hetta verður ein onnur ferð enn at fara út á Stapa; her kann tað einki saka, um enn Jákup hevur ein munn við sær.
Hálvdan.
Tygum gera sum best, tað er tygara egni sonur.
Meya (kemur inn við tveimum bógvum).
Nú var eg so leingi burtur; eg orkaði ikki væl at skera bøgirnar frá.
Jógvan.
Hvat hevur tú tikið, hjarta!
Meya.
Eg skar av krovinum av tí geldseyðinum, sum gekk í Skorini. ... Men hvar er Jákup? Er hann ikki liðugur enn?
Jákup (kemur).
Jógvan.
Har er hann.
Jákup (kvøður).
Her komi eg, mín sæla móðir,
nú eri eg bæði fúsur og fróur
at vinna tað væna Haraldssprund.
Nú fari eg at fríggja.
Haraldsdóttir á Eysturlandi,
hon skal standa í elskhugsbrandi
fyri hendan drongin reysta,
ongan vil hon uttan Jákup festa.
Nú fari eg at fríggja.
Tær bláu hosur á mínum fóti,
tað man fella eystlandssnótum,
spennir á skógvar tað sømir best,
hvør vildi nú ikki Jákup fest?
Nú fari eg at fríggja.
Hon sær tað bæði á ørmum og lørum,
eg vaks ikki upp av grælingafjøðrum,
av snori ikki mínar purkur vikna,
men stálsettar allar sum norskir teknar.
Nú fari eg at fríggja.
Brøkurnar fast um beinið kneptar,
hosubondini glitrandi glógva!
Hetta eru stuðlar, ið monnum bera,
hetta munnu sinar og spengur vera.
Nú fari eg at fríggja.
Mín skarlaksvestur hjá abba í Giljum,
settur er hann við rósum og liljum,
glógvar sum reyðarsólin brandar,
snjóhvítur klútur hálsin randar.
Nú fari eg at fríggja.
Frynsamuffur og sjóstúku víða,
hattin eg lati á vangan síða.
Og vísi eg fram mína troyggju bláa,
so kann eg væl allar gentur fáa,
tá ið eg fari at fríggja.
Meya.
Mín søti sonur, tú ert so prúður,
væl manst tú kunna vinna tær brúður.
Eg eri so fegin upp'yvir tær,
Mín góði Jákup, tú legg tær nær,
tá ið tú fert at fríggja.
Jákup.
Sjálvt um eg ikki leggi mær nær,
so renna tó allar eftir mær.
Eg kann væl fáa hvørja eg biði,
men Haraldsdóttur eg kjósi til liðu,
nú fari eg at fríggja.
Jógvan.
Ja, at tú fært hana, er ikki at ivast í.
Jákup.
Hvat halda tit so um meg, hvussu tykist tykkum, eg síggi út?
Meya.
Eingin hevur sæð prúðari drong enn teg, mín søti skattur. (Fer og kemur brátt inn aftur).
Ísakur (kemur, stendur og kagar at Jákupi).
Hvussu tú sært út, spyrt tú! Banka! Tað skal eg so væl siga tær. Vend tær á (klappar honum á herðarnar). Tað eru herðar og breiðir, tú hevur. Nei, hyggið bert, hvussu frálíkt hann er beintur! Og væl ert tú í holdum. Banka, tað kanst tú takka tíni móður fyri, hon hevur givið tær mangan gloypibitan framíhjá.
Meya.
Væl hevur gagnast honum tað sindrið, hann hevur fingið.
Jákup.
Hoyr, tað er ikki vert at fara avstað við tómum hondum. Eg átti at fingið nakað upp í lumman, sum kundi ringlað nakað dúgliga, so Haraldur bóndi kundi hoyrt, at eg eisini átti eitt sindur.
Jógvan.
Ja, góði sonurin, tómhentur skalt tú ikki fara, lít tú á tað! (Fer).
Meya.
Vilja tit ikki hava mjólk at drekka, áðrenn tit fara?
Ísakur.
Eg sigi ikki nei, matmóðirin, tað kundi verið gott at fingið. Eg eri tystur.
Meya (fer).
Jákup.
Nú, Ísakur, eru hinir lidnir?
Ísakur.
Teir verða skjótir. Best er, at vit fara oman at støðni, at teir ikki skulu bíða eftir okkum.
Jógvan (kemur inn, fær fyrst Jákupi fløskuna, sum hann stingur í barmin, síðani pungin).
Tak við, Jákup! Hetta er pungurin, pápi mín gav mær, tá ið eg fór á fríggjaraferð. Her hevur mangur skillingur verið í.
Meya (kemur inn við einum stampi við mjólk, fær Ísaki).
Fáið tykkum! Her er maturin, tit skulu hava við.
Jákup (leggur pung og pípustokk frá sær, tekur við matinum).
So var best, vit fóru. Farvæl, faðir!
Jógvan.
Farið væl, og góðir vegir liggi fyri tær.
Jákup.
Farvæl, mín sæla móðir!
Meya.
Farvæl og væl gangist tær, søti sonurin.
(Hinir biðja farvæl, teir fara.)
Meya.
Ája, nú er hann farin, og eg hopi, tað fer at gangast honum væl. Tað versta var, at hann fór nærum fastandi; drýlurin, hann át í morgun, var ikki størri enn so (vísir á ein kannubæradrýl).
Jógvan.
Altíð gremur tú teg um, at hann fær ovlítið, men „vís mær ikki matkeraldið, men vís mær mannin!" Eitt sindur man hann hava fingið, tí væl er hann í holdum. Hann er vorðið sum evnaligur av so ungum at vera.
Meya.
Víst er hann. - Eg frykti fyri, at tað var ovlítið, eg gav honum við.
Jógvan.
Hvat hevði hann tá við?
Meya.
Tveir gamalsabógvar og tríggjar drýlar. (Slær hendurnar saman). Eyeya meg, hvat er tað, eg síggi? Liggur ikki pungur og pípustokkur Jákupsar eftir! Nú frykti eg fyri fer at vera illa vorðið.
Jógvan.
Ja, hetta er einki dámligt tekin.
Meya.
Mín góði sonur, hvussu skal tað fara at gangast tær?
(Bæði standa mitt á gólvinum, hvørt við sínum í hondunum og hyggja mótleys upp á hvørtannað).
Annar partur
Tún uttanfyri hjá Haraldi bónda; fjós; køstur fyri fjósdurunum.
Gortra (kemur stetlandi við prukku).
Hetta verður mær ein vanlukka í dag, satt og sannferðiliga vinni eg ikki hús upp, og hann er í hølunum á mær. Eina sovorðna sjón av mannfólki havi eg ikki sæð, og eg eri nú 70 ára gomul. Eg fari at hopa, hinar eru komnar til hús, tær orkaðu betur at renna enn eg ... Nei, eg orki ikki meir. Hvar skal eg fjala meg? Eg fari at sleppa mær inn í fjósið her, tað verða eingi onnur ráð. (Smýgur innum).
Gyðja (og tvær aðrar gentur, Óluva og Beyga, koma tuskandi og halda hvør í skjúrtið hjá aðrari; skimast aftur um bak).
Óluva.
Nei, nei, tú mást ikki fara; hann kundi fingið fatur í teg og borið teg burtur. Eg sá tað sjálv, tað var ein fransur, og teir eru so argir at taka burt gentur.
Beyga.
Fransur var tað nú aldri. Eg havi sæð fransar, og teir eru heilt øðrvísini. Hesin var so nógv døkkari í holdinum, andlitið var sum tað bera ím.
Gyðja.
Íðan, hann fór undir kav í runudíkinum, so var einki undur í, um hann var svartur. Tó, hvaðani hann var og hvaðani ikki, so ristir hvør kjøtbiti á mær, tá ið eg hugsi aftur um hann.
Óluva.
Her kemur so mangt til landið nú, so ikki er gott at kenna alt. Tað kann eisini vera, at tað er ein jødi, higar er komin.
Gyðja.
Tað versta er, at alt mannfólkið er á útiróðri í dag. Hevði bert pápi komið skjótt aftur.
Beyga.
Ja, nú máttu teir skjótt farið at komið.
Óluva.
Olmussu Gortra! Hvussu mundi gangast henni? Harrin viti, um hon slapp undan honum.
Beyga.
Ja, ring var hon til beins; tað var illa, vit runnu undan henni.
Óluva.
Til húsar man hon vera komin, hon er ikki fyri ongum. Vit runnu eisini fyrst oman ímóti fjøruni, áðrenn vit fóru henda vegin niðan.
Jákup (stingur høvdið innum;genturnar skeraí róp).
Gyðja.
Á Jesus, har er hann.
Óluva.
Hann kemur eftir okkum. Komið, skundið tykkum! (Tær fara við renningarlopi avstað).
Jákup (kemur sáttliga inn; riðar á beinunum).
Hetta er tó ein løgin bygd, eg eri komin í; øll renna undan mær sum undan hinum versta. Hvat tramin smakkar hetta av, eg síggi tá ikki so øðiligur út? Eg bleiv nokk eitt sindur skitin, tá ið handa bannaða merin av eini ryssu tveitti meg í runudíkið har uttan fyri garðar. Ólukka, at eg nakrantíð fór í holt við hasa gomlu merina, - men sakin var jú tann, at eg vildi koma ríðandi sum ein kavaler í Haraldsgarð, - tað bleiv einki av hesa ferð. Ná, tramin liggur á tí, Jákup á Møn er maður fyri sín hatt, sjálvt um hann kemur til gongu. (Hyggur atstavinum, sum er støktur av um helvt). Mín góði stavur! Vænur vart tú, men illa fórt tú; og tú sum skuldi vera álitið hjá mær! Ja, ja, eg fari væl at leita mær hús upp. (Hyggur uttan um seg). Her eru jú einar dyr, eg fari at halda á her, hóast eg ikki havi verið her fyrr. (Hann trívur í fjósdyrnar, men í sama viðfangi letur Gortra upp innanífrá, sær Jákup og sker í eitt skræmiligt róp; Jákup fer eftir nakkanum í køstin. Gyðja, Óluva og Beyga koma leypandi inn).
Gyðja.
Var tað tú, ið rópti, Gortra? Hvat bagir tær? Sást tú nakað til fransin?
Gortra (tivandi).
Antin mundi tað vera hann ella sjálvan Belzabub, eg sá. Hann hvarv í køstinum.
Óluva.
Her liggur hann, tit, hahaha!
Beyga.
Hahaha! Har liggur tú bleytt.
Gyðja (lær).
Kom nú eftir okkum, óreinsettur.
Gortra.
Har kann hann ikki liggja, vit noyðast at fara at royna at fáa hann upp, áðrenn hann kódnar. Komið allar og takið undir! Gyðja, tak tú undir beinini! So. (Tær toga hann upp úr køstinum.)
Gyðja.
Nú tykist mær, tit fara ov illa við honum. Tað er synd, hann kann fáa mein av tí.
Óluva.
Einki skaðar. Hála, - ho!
Gyðja.
Tit slíta hann sundur. Hvør skal seta saman aftur?
(Haraldur og Balsar koma)
Haraldur.
Hvat ólukkan er hetta, tit havast at?
Gyðja.
Har er pápi.
Gortra.
Væl veri tú komandi! Ja, tú mást væl spyrja. Hetta er ikki eiti á veiðu, vit hava fingið upp úr køstinum í dag.
Haraldur.
Er hetta fólk?
Gyðja.
Fólk man vera. Tó - løgið sær út.
Haraldur.
Hann tykist at vera komin illa á holdum. (Til Balsar). Lat okkum bera hann heim til húsar. (Teir taka undir og lyfta hann upp).
Triði partur
Stova hjá Haraldi bónda. Gortra, Gyðja og Katrin.
Gyðja.
Nei, nei, Katrin! Spell var, at tú skuldi vera burtur í gjár og ikki fekk at síggja hendan drong, sum higar er komin, meðan hann lá í køstinum. Hahaha! Eg má læa, tá ið eg hugsi aftur á tað.
Katrin.
Hvaðani er hann, og hvussuleiðis kom hann higar?
Gyðja.
Ikki veit eg, hvaðani hann kom. Tann fyrsta, ið bar eyga við hann, var Gortra. Hann kom ríðandi oman gjøgnum eystara skarð.
Gortra.
So er, sum Gyðja sigur, vælsignað. Eg stóð har úti undir vegginum, og mær var hyggjandi niðan móti fjalli, tá síggi eg gomlu ryssu Hálvdans koma hinkandi á trimum beinum oman gjøgnum skarðið við hesum vælsignaða drongi á bakinum. Hann sá mær nakað lorkutur út, armingin, men eg gav ikki víðari far um tað. So tá ið hann er komin væl oman ímóti stóra díki, tú veitst, ger rossið alt í einum hetta óføra lopið og tekur so á at oysa so ókristiliga, at drongurin fór eftir høvdinum beint út í díkið.
Gyðja.
Hahaha! Tú rópti neyðarróp.
Gortra.
Nú lær tú, men tú læði ikki í gjár. Tá var tú ikki djarvari enn eg; vit ræddust hann allar.
Katrin.
Eg kann lítið ætla, hvussu bangin eg hevði verið.
Gyðja.
Tað stuttligasta var, tá ið Gortra og hann møttust í fjósdurunum. Hon vildi út og hann inn, rímiligt helt hann tað vera roykstovudyrnar. Hvørki visti av øðrum, fyrr enn tey brustu saman, hon skar í eitt hetta skræmiliga rópið, og hann aftur eftir hæli í køstin. Tað kundi ikki hvokkið verri í honum, um tað var toran, hann hevði hoyrt. Hvat var tað fyri ljóð, tú gavst frá tær, Gortra?
Haraldur (kemur inn).
Tit eru líka kátar í dag, hoyri eg. Ja, guddóttirin, eg hugsaði tað, tú mundi fara at koma yvir og frætta frá gestinum.
Katrin.
Ja, her hevur verið standur. Hann er ikki uppi enn, hoyri eg.
Haraldur.
Hann sleppur ikki upp fyri klæðir, ólukkudýrið. Vit máttu koyra hann úr hvørjum tráð í gjár, áðrenn vit løgdu hann í songina. Hann var vánaligur, ólukkudýrið; tað var ikki meir, enn hann bragdaði.
Gortra.
Nú munnu klæðini fara og vera turr hjá honum. Best hann fær tey. (Fer út).
Katrin.
Tað verður stuttligt at fáa at síggja hann. Eg fari ikki, fyrr enn hann kemur.
Gyðja.
Nú verður hann skjótur uttar. Eg noyðist at fara og hugsa honum um drekka. Men eg stúri fyri at síggja hann aftur, tí eg veit tað frammanundan, at eg fái ikki barað mær fyri látri. Vælsignað veri tú, Katrin, ger tað bøn, eg biði teg: Set drekka fram fyri hann!
Katrin.
Tað kundi verið stuttligt, hevði eg bara torað.
Gyðja.
Ájú, gott í teg, ger tað. Eg noyðist eisini nú at fara og síla. Malan er komin frá neytum, hoyri eg.
Katrin.
Íðan, sum tú vilt. Hvat skal eg geva honum aftur við drekka?
Gyðja.
Tað skal eg siga tær, kom við uttar í kova. (Tær fara).
Jákup (kemur inn).
Góðan morgun! (Rembir sær).
Haraldur.
Góðan morgun! Nú fer at vera nakað framliðið. Tú fært sett teg niður.
Jákup.
Eg takki tygum. (Setur seg). Vakurt veður í morgun.
Haraldur.
So er. Nú, hvussuleiðis livir tú aftaná dagin í gjár? Tað var ein neyð, tú vart komin í. Tú kanst takka konufólkinum fyri, at tú varðst bjargaður.
Jákup.
Var eg í neyð í gjár?
Haraldur.
Minnist tú ikki tað, so ert tú stuttmintur. Tað var ikki eiti av neyð.
Jákup.
Ja, víst snávaði eg á her uttanfyri, men tað hevði einki uppá seg.
Haraldur.
Hóast eg spyrji so: Hvar ætlaði tú tær?
Jákup.
Ætlanin var gista Harald bónda. Hvar um leið er garður hansara?
Haraldur.
Lukka! Er tað hann, tú ætlar tær at finna, so ert tú á beinari leið. Eg eri Haraldur bóndi; tú skal vera vælkomin!
Jákup.
So tað eru tygum? Ja, tað visti eg altíð, at eg fór at vera vælkomin.
Haraldur.
Hvaðani ert tú slektaður?
Jákup.
Kenna tygum ikki meg! Eg eri Jákup á Møn, sonur Álvar-Jógvan og Dani-Meyu tey kalla. Einans eri eg barnið, so eg standi til allan arvin.
Haraldur.
Tað ber til, lukka! Tú hevði einihvørji ørindir?
Jákup (reisir seg).
Ikki eri eg ørindaleysur. Eg havi hoyrt dóttur tygara tiltikna bæði fyri dygd og vakurleika og havi lagt allan mín hug á hana, hóast eg ikki havi sæð hana. Ørindir míni vóru tí at biðja um dóttur tygara.
Haraldur (kláar sær í vanga).
Í hesum fer hon sjálv at ráða sær, haldi eg. Eg skal fara og biðja hana koma uttar, so kann hon svara fyri seg. (Fer).
Jákup.
Hetta letur til at falla væl í lag; nei segði hann ikki, so mikið er víst. Nú haldi eg tað versta vera yvirstaðið; hana sjálva skal eg nokk fáa bilbugt við, tað er eingin vandi. Hon sigur ikki nei til Jákup á Møn, tað veit eg. (Skoðar seg). Tað versta er, at klæðini spiltust í gjár, mínar góðu muffur, tær mistu allan litin. Eg fari at hopa, at eingin sá meg, tá ið eg datt. Alt gjørdi handa forbannaða ryssan, eg fekk fatur á, tað vittuggið spilti nógv fyri mær. Eg haldi meg minnast, at eg datt eina ferð seinni, og har var so martýriligt av konufólki uttan um meg... Tó, tað man eg hava droymt. Eitt tykist mær løgið, og tað er, at eg ikki skal minnast, hvussu eg kom til songar í gjárkvøldið... Nú, har kemur fólk, tað er mestur hon; nú er best at vera nakað spelkin.
Katrin (kemur inn við drekka).
Jákup.
Góðan morgun, hon sjálv!
Katrin.
Góðan morgun. (Setur frá sær).
Jákup.
Takk skulu tygum hava, vælsignað. (Verður standandi og kveitir at henni). Tygum havi eg ikki sæð fyrr.
Katrin.
Tað ber til, eg havi so lítið verið burtur úr bygdini.
Jákup.
Eg havi tó hoyrt tygum tiltikna.
Katrin.
Hava tygum tað, hygg og síggj! Hvat hava tygum hoyrt meg tiltikna fyri!
Jákup.
Fyri allar dygdir, og nú eg síggi tygum sjálva, skilji eg fullvæl, at ikki hevur verið ovmikið avgjørt, tá ið tey søgdu tygum at vera vakrastu gentu á oynni.
Katrin (lær).
Siga tey tað! Einki man tað vera.
Jákup.
Jú, jú, so er, og hartil eru tygum víða gitin fyri tygara líkligheit. Tann, ið fær tygum, er væl farin. (Nærkast).
Katrin (fer undan).
Verið so góður og fáið tygum, áðrenn tað kólnar!
Jákup.
Eg bar nakað upp á mál við faðir tygara, eg veit ikki, um hann hevur orðað tað við tygum?
Katrin (fyri seg sjálvan).
Hann man vera í ørviti! Pápi doyði, tá ið eg var smágenta.
Jákup.
Tygum máttu mestur grunað, hvat míni ørindir eru?
Katrin.
Hvussu skal eg kunna tað?
Jákup.
Tey eru til tygara.
Katrin.
Til mín!
Jákup.
Ja, tey eru at biðja um tygum. Eg bar fyrst míni bønarorð fyri sjálvan Harald bónda, faðir tygara. Hann setti vilkorini til tygara. Sigið mær so, um tygum vilja eiga meg!
Katrin (fyri seg sjálvan).
Hann heldur meg vera Gyðju. (Hart). Slíkt havi eg ikki hoyrt, hahaha! (Fer rennandi út).
Jákup.
Hvat dekan feilti henni. Hví fór hon... og hví læði hon?
Haraldur og Gyðja (koma).
Haraldur.
Her komi eg við dóttur míni. Nú, Gyðja, vilt tú hava hendan unga biðilin, ið higar er komin at biðja um teg, mín sæla dóttir.
Jákup (burtur øðruminni).
Er hetta Gyðja, hvør tramin var tá hin? Nú havi eg mestan spilt spælið. Óreint í lagið!
Gyðja.
Hvussu kunnu tygum hugsa um meg, tygum hava jú ikki sæð meg fyrr.
(Katrin kagar í durunum).
Jákup.
Tað er so mangur, sum hevur hug at einari, hann aldri hevur sæð. Hvussu var ikki við Brynhild og Sjúrða! Tey vóru góð, áðrenn tey høvdu borið eyga við hvørt annað. Sama barst mær fyri í gjár, tá ið eg kom ríðandi higar. Tað var mær, sum nakað togaði meg til tygara, tí eg hevði hoyrt tygum tiltikna fyri vakurleika... og nú eri eg komin higar í dag at spyrja tygum, um tygum vilja eiga meg. Eg eri eingin kastikleppur, og einans eri eg sonurin ... og ikki er ognin lítil.
Gyðja.
Sama ger tað mær, hvat tygum eiga, og hvat tygum hugsa; mær fáa tygum einki av. Ikki skoyti eg um ein slíkan dregil, tygum kunnu fara aftur í sama køstin í dag, sum tygum vóru í í gjár.
Jákup.
Mangur hevur verið áhaldsin og gliðið; ikki nýtist tygum at taka tað so tvørt.
Gyðja.
Tilfriðs eri eg, um enn tygum so vóru forgyltur frá høvur til sporl, so vildi eg ikki átt tygum.
Jákup (fær eyga á Katrinu).
Har er hin. Hvat skal eg nú gera.
Katrin (kemur fram).
Hahaha! Beint nú bjóðaðist hann mær, og nú biður hann um teg.
Haraldur.
Hevur hann eisini biðið um teg, guddóttrina! Hvat bagir dronginum?
Gyðja (lær).
Slíkt havi eg ikki hoyrt fyrr. Hetta verður stuttligari og stuttligari.
Haraldur.
Lat ikki mótið falla, mín góði Jákup, um tú hevur fingið krakk frá hesum báðum; ein er eftir enn, sum tú kann bjóða teg fram til. Óvist hon eisini gevur tær krakk. Kom fram í stovuna, Gortra, lat biðilin síggja teg!
Gortra (inn, lær).
Um enn hann var eitt sindur blíður við meg, so var tað ikki ógjørt, tí eg eigi lívið í honum. Eg var tann, ið segði frá í gjár, Jákup mín, tá ið tú var dottin.
Haraldur.
Eg meini tað. Nú, Jákup! Hvat sigur tú so til tað ynniliga sprund?
Jákup.
Allar skulu tær vera í frið fyri mær. Her skal eg ikki koma aftur og gera gáttir skitnar. (Fer út og smellir dyrnar).
Haraldur.
Nú bleiv hann illur.
Gyðja.
Tað sakaði einki; hví bar hann seg so at, hasin apukatturin?
Katrin.
Nú fer hann oman gjøgnum túnið.
Gyðja.
Lat okkum fara út og brenna krakk eftir honum!
Katrin.
Tað hevði verið stuttligt. Kom við, Gortra!
Gortra.
Eg skal ikki vera aftast.
Fjórði partur
Roykstovan úr fyrsta parti. Meya og Jógvan sita hvørjuminni grúgvuna.
Meya.
Hetta var fyrsta grindin í ár.
Jógvan.
Ja, vælsignað! Tað er tað, og nú ætli eg, hon er deyð, tí ella vóru teir longu afturkomnir.
Meya.
Tað kann blíva stuttligt at fáa feska tonnina av tvøsti.
Jógvan.
So er, Meya mín! Høvdu vit bert fingið væl av spiki, so hevði mær dámað.
Meya.
Nú fellur soni okkara; man hann fara og koma aftur við grindabátinum?
Jógvan.
Tað verður ymist; eg ætli, at Haraldur bóndi ikki sleppur honum avstað so skjótt.
(Ísakur og Hálvdan koma).
Jógvan:
Hvaðani koma tit?
Meya.
Er grindin sloppin?
Hálvdan.
Vit hava ongari grind verið í.
Jógvan.
Hava tit ikki verið í grind! Hvat er tað tú sigur, Hálvdan mín!
Ísakur.
Eingin grind var.
Meya.
Hví glaðaði tað yviri á Nesi?
Ísakur.
Tað var eingin glaða, tit sóu. Tað veit verri við enn so.
(Jákup kemur).
Meya.
Jákup! Ert tú eisini komin? Hvussu veit tær við? Vildi Haraldur bóndi væl sleppa tær avstað?
Jógvan.
Tú fekst „ja", tað er ikki eftir at spyrja?
Jákup.
Eg fekk „nei", og glaðan, tit sóu, var krakkurin, tey brendu eftir mær.
Meya.
Harra mín! Hvat sigur tú!
Jógvan.
Nú havi eg ikki hoyrt so skapt.
Ísakur.
Tað er tað, eg sigi: Hevur nakar hoyrt so galið, at brenna krakk eftir einum sovorðnum viðgitnum drongi! Banka, er tað nú ikki tað, eg altíð havi sagt: Ikki er skil skapt í konufólki.Tey máttu bitið seg í fingrarnar, tíansheldur.
Meya.
Fortel okkum, hvussu tær gekst, góði sonurin!
Jákup.
Mær fýsir lítið at tala um hesa ferð. Eg havi angrað tað nakað, at eg skuldi fylgja tínum ráðum og nakrantíð fór avstað. Nei, konufólkaráð, tað eru ólukkuráð, - og helst tá ið ein er ungur.
Meya.
Ja, mín søti skattur, eg angri ikki minni nú, at eg skuldi fáa teg at fara. Eg veit ikki, hvat eg skal siga; tað gekk sovorðið grugg av hasari Gyðju, og so er hon ikki mætari, enn hon heldur líkligt fólk fyri spott. Tí tað fer at kallast spott at brenna krakk eftir tær ... Hoyr, hvussu er tað, klæðir tíni eru vorðin, hvat feilar teimum?
Jákup.
Mær var óhapp fyri í gjár - eg datt - nei, tað var ikki eg, ið datt - tað var ryssan.
Jógvan.
Hoyr, armingin! Hvat er tað, tú sigur. Datt ein ryssa?
Jákup.
Nei, hon datt ikki,... vil tað siga - ja, hon voldi, at eg datt.
Meya.
Hvat hevði tú við ryssuna at gera?
Jákup.
Tað var, tá ið eg hevði etið morgunmat, tá bilaði mær at ganga, og so sá eg eina ryssu, og so setti eg meg upp at ríða ... ja, og so vildi tað so illa við, at hon tveitti meg av - beint í eitt díki, sum var har á vegnum.
Meya.
Hvussu bar tað til, at beinini bilaðu tær?
Jákup (hyggur yvir at pápa sínum).
Eg hevði kanska smakkað mær væl nógv á fløskuna, eg hevði við.
Meya.
Hevði tú fløsku við, so eru allar gátur gitnar. So spyrji eg ikki um meir. Ikki mátti tað verið nøkur vælgerð móti dronginum at vant hann at drukkið. Nú sært tú, hvat ilt er staðið av hesi ferð. Tí tað skal eingin fáa meg at trúgva, at Jákup hevði fingið nei, hevði hann verið, sum hann skuldi, tað er minni enn so.
Jógvan.
Nú, Jákup, tak tær ikki hetta so nær; her eru tó fleiri gentur í Føroyum, líka vakrar og líka ríkar sum Gyðja.
Ísakur.
Eg fari at halda tað við tær, tær eru fleiri líka góðar sum hon, um ikki allar eru líka ríkar. Tað kann eg siga tær: ikki er alt gott komið út í ríkidømi. Banka! Oftast fær hann viðskera, ið tekur ríka gentu.
Jákup.
Ikki veit eg. Eg leggi ikki í nakað longur.
Meya.
Hugsa ikki meir um hatta, góði sonur mammu. Nú skulu vit fara og fáa okkum náttverða; - væl plagar tær at dáma greyt. Ája, tað hugsaði eg ikki, tá ið eg læt uppyvir í kvøld, at tú skuldi smakka henda greytin.
Ísakur.
Banka! Hava tit greyt til nátturð! Alt er gott, frá Harranum kemur, uttan greytur. Ólíka var tó blóðmørur, og so bíligur sum hann er eisini! Einki fer til uttan tann mjølsáðan, alt hitt gevur Harrin sjálvur.
Meya (slær saman hendur).
Á Jógvan, Jógvan! hetta er ein vanlukka, ið meg hevur hent í kvøld. Tað plagar ikki at vera mær fyri at vera gáloysin. Er tað ikki tað, eg altíð havi sagt, at ilt stendst av illum!
Jógvan.
Hvat er hent teg, Meya mín?
Jákup.
Hvat er hent?
Meya.
Havi eg ikki í øllum sveigginum í kvøld gloymt at gera út á pottin!... Hvat er nú til ráðar at taka?
Ísakur.
Ja, banka! Statt nú. Eg mátti mestan yrkt tátt um teg. (Syngur).
Eina ferð hendi tað Dani-Meyu,
hon greytarpottin yvir eldin hevði,
meðan eldurin rýkur.
:,:Tann greytaspón
hon mundi kóka fyri uttan skón,
meðan eldurin rýkur.:,:
Hon hevur kókað sær franska suppu,
og ongantíð blívur tann nátturðin uppi,
meðan eldurin rýkur;
:,:um stóra pott
nú standa vit øll sum fallin í fátt,
meðan eldurin rýkur.:,:
Meya.
Tú, Ísakur Dirðil, so munnfittur er
at yrkja tátt um óhappið her,
sum Meyu var fyri.
:,:Tín erpna kall,
tú minnist, vit eiga væl bót í hjall,
um vit vóru fleiri.:,:
Øll.
Riklingalykkju og flundrurava
og annað gott vit til nátturða hava,
tí ikki tað trýtur:
:,:í hjalli kjøt,
og rómastampur og mjólkin søt
í dylluni flýtur.:,:
Viðmerkingar
Sigrid Niclasen (1854-1927) var úr Havn, dóttir H.N. Jacobsen bókhandlara og konuna Mariu Hansdatter. Hon var sostatt systir Jákups doktara Jakobsen og Onnu Horsbøl, ið bæði gjørdu vart við seg í føroyska umhvørvinum í Keypmannahavn um aldaskiftið 1900. Jákup var málvísindamaður, savnaði m.a. føroyskar sagnir, skrivaði bók um Nólsoyar Páll og granskaði leivdir eftir norrønum máli mest í Hetlandi, men eisini í Orknoyggjum. Av brævaskifti, sum varðveitt er, vita vit, at báðar systrarnar stuðlaðu Jákupi væl, Sigrið serliga tá ið um ráddi peningaviðurskifti, prenting og samband Jákups við føroysk mentafólk.
Sjálv leikti Sigrid í báðum føroysku leikunum, ið førdir vóru fram á palli í 1889: í ”Veðurføstum” sum Súsanna Helena Patursson úr Kirkjubø skrivaði, og ”Gunnari havreka” ið Rasmus C. Effersøe úr Trongisvági hevði skrivað.
Sigrid skrivaði sjálv leikin ”Jákup á Møn” eftir táttinum hjá Nólsoyar Páli.
Vit hoyra fyrstu ferð um leikin í hesi lýsing, sum stóð í ”Føringatíðindum” nr. 4 í 1. árgangi, apríl 1890.
HENVÍSING
Tvær Føroyskar kommediur:
”Jákup á Møn”
og
”hjá dalabøndrum”,
er ætlingin at spæla í vikuni eftir páskir.
Í ”Føroyingatíðindum” nr. 5. 1. árgangi, mai 1890, frættist aftur frá hesum báðum leikunum.
”Fyri tann stuttleika, komediurnar skaffaði okkum, takka vit øllum teimum, sum spældi tær, og ikki minni takka vit teimum, sum skrivað tær hava. Vit vilja ikki orða um, hvat gagn ið hevist av slíkum komedium; tað kunnu onnur, sum betri forstanda tað, gera; men eina hjartans gleði høvdu vit av hesum spølum, sum vit ikki skjótt vilja gloyma.
Nøkur norðan úr Vági”
Um hetta skal skiljast soleiðis, at havnarfólk hava verið norðuri í Vági (Klaksvík) við leikunum, ella at nøkur fólk norðan úr Vági (Klaksvík) hava verið í Havn og sæð leikin, er óvist – hetta seinna er trúligast.
Fyrstu varðveittu uppskrift av leikinum hava vit í handritinum ”Jákup á Møn” : sjónleikur í fýra táttum / Sigrid Niklassen , Føgrulíð: 1903.
Handritið er gáva frá Jóhannesi av Skarði 12/11-1993. Tað er 72 s.
Sanna av Skarði hevur skrivað upp. Tað er í varðveitslu á Føroya Landsbókasavni, hevur frámerkið E 314 a og b og er bundið inn saman við leikinum hjá Símuni av Skarði: ”Vár”, sjónleikur.
Símun av Skarði skrivar í einum eftirmæli dagfestum 8. mars 1903 soleiðis um leikin ”Jákup á Møn”:
”Sjónleikurin ”Jákup á Møn” er samansettur eftir rímuni við sama navni, sum viðgitna skaldið og avrekskappin Nólsoyar Páll yrkti. Ríman er eitt meistarverk, og hon livir frísk í minninum og ljóðar líka ofta í dansinum enn sum hundrað ár síðani. Sjónleikin kunnu vit har aftur ímóti ikki kalla meistaraverk. Eftir sum eg havi frætt, varð hann spældur í tinghúsinum í Havn; teatrið mundi ikki vera bygt tá. Hetta var í fyrstu tíðini, tá ið tjóðskapliga lívið vaknaði, og trúligt er, at fólk tá vóru fegin við at síggja føroyskan sjónleik. Tá vóru eisini menn (og kvinnur við) í Havn, ið væl dugdu sum oddamenn, hóast flestir av teim nú eru fyrilagstir.
”Jákup á Møn” er skrivaður upp eftir eini bók, sum eg havi lænt frá Onnu Debes .”
Hetta tilfarið er fyrstu ferð prentað í Tingakrossi nr. 47-52, 1904. Givið út undir heitinum: ”Tveir sjónleikir”, 1904.
Í grein síni ”Sjónleikur í Føroyum” í 5. bindi av ”Varðanum”, 1925, nevnir Kristin í Geil framførsluna í 1890, men sigur einki um leikin, uttan at hann er yrktur eftir táttinum.
”Jákup á Møn” er eisini prentaður í bókini ”Fyri fyrst”, 1992, sum Malan Simonsen (nú: Marnersdóttir) legði til rættis, bls. 43-64. Malan hevur eisini umrøtt leikin á bls. 33 og 34 í bókini ”Kvinnurøddir”, 1985.
*
Nólsoyar Páll yrkti táttin um Jákup á Møn um aldaskiftið 1800. Í ”Føroya kvæðum” hevur hann frámerkið CCF 197 og er har prentaður í tveimum brigdum:
A er 118 ørindi. Brigdið er sett saman eftir fýra uppskriftum: a. Savni Napoleon Nolsøes 1842, b. Fugloyarbók, sum Hanus Hanusson úr Hattarvík skrivaði fyri 1854, c. einari uppskrift úr savni Hammershaimbs og d. Vísubók hjá Jóni Jónssyni, Tórshavn, 1871.
B er 123 ørindi. Uppskriftin er úr savni Jakob Jakobsens, 1887. Heimild hansara er Kristianna Karolina Nolsøe, Tvøroyri, 1845.
Jákup doktari brúkar B-brigdið í bók síni ”Poul Nolsøe – lívssøga og irkingar”, 1912, 2. útgáva 1966, og tað er henda uppskrift, ið verður prentað í hesi bók.
Teksturin verður her endurgivin við stavseting Hammershaimbs.
Jakob Jakobsen skrivar soleiðis um táttin:
“Jákup á Møn”, tátturin um tann særgóða heimføðisliga unga biðilin við erpnum sjálvsáliti, alt til hann fær bæði nei og “krakk”, hevur siðsøguliga undirgrund og miðar djúpari enn vanligt er við táttum í Føroyum. Í teim flestu eru evnini slíkir smáir tilburðir, sum samtíðin kann hava havt skemtan av, men sum minni ella einki mark er at hjá komandi ættarliðum.
Jákup, heimføðingsmyndin, sum Nólsoyar-Páll hevur skapað, og sum er vorðin so menniskjansliga livandi undir hans hond, vil minnast og vera til skemtanar til allar tíðir í Føroyum. Tátturin um hann er so greiniligur alt út eftir og sýnir fram ymsar stuttligar síður av føroyskum bygdalívi, alt framsett lívliga og kátliga, so tað er ein frágerðartáttur í allar mátar. Minnast kann til dømis á tey ørindi, har sum Jákup verður latin so vandaliga í fríggjarabúnaðin, áðrenn hann fer avstað, og so á krakk-brenningina við tí, sum harav stendst, tá ið hann hevur fingið nei og fer snópin heim aftur.
Jákup á Møn.
1.
Gevið ljóð og havið gott stig,
kvæði mítt væl skal ljóða;
gevist ei brátt, men haldið so við,
so kvikliga millum kváða!
Niðurlag:
Væl má mín gangar sín saðil bera
og sjálvan meg til hóva.
2.
Álvar-Jógvan og Dani-Meya
hjún vóru tey so vøn,
áttu son á tjúgunda ári,
skírdu hann Jákup á Møn.
3.
Meya átti henda son
tollaksmessudag;
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og fæ.
4.
Hann aldist upp hjá sínari móður,
sum einhvør kann vita,
tærdi mangan greytarspónin,
mangan feitan bita.
5.
Tá ið hann var á tólvta ári,
var hann ein sleppingur góður,
kundi at remsa upp ABC
og sýntist at bregða til móður.
6.
Genturnar allar, á Sondun búgva,
bæði lítlar og stórar,
tóktu so mikið um tann son,
sum mamma hevði fóðrað.
7.
Trettan ár hann á baki hevði,
fjúrtanda gekk í møti;
søgdu tað øll, hann tók at gerast
kátur í sínum kjøti.
8.
Faðir og móðir hildu ráð
um tann onkadrong:
ikki fekst hann longur at liggja
einsamallur í song.
9.
Tí segði hann Álvar-Jógvan,
situr og smíðar dyllur:
“Hvat skal gerast við okkara son?
mær tykist, hann gerst so villur.”
10.
Meya situr á grúgvusteini,
vermir síni lær:
“Fáum vit hann at giftast!”
tað var hennara svar.
11.
”Tá ið menninir ei vilja gera
tað, ið teim man semja,
seta vit teir í konugildi;
so skulu vit teir temja.
12.
Minnist tú á tann jólaaftan,
tá tú mundi greytin lasta,
tá ið eg tók teg við hørðum tøkum,
lærdi teg at fasta?
13.
Minnist tú kyndilsmessudag,
tá ið tú spottaði móður?
klovan tú undir oyra fekk,
og síðan vart tú góður.”
14.
Tí svaraði Álvar-Jógvan:
“Sig tú, hvat tú vil!
Hvussu skulu vit hann giftan fá?
Hann er ikki gingin til?
15.
Hann kann ikki meira enn partar fimm
og sítt faðirvár:
illa man tað bera til
at ganga til í ár.”
16.
“Kenni eg hin hálshvíta rætt,
tað er eingin skamm:
kasta honum átta gyllin!
so hann sleppur fram.
17.
Klokkaran kenni eg so væl,
hann leggur gott fyri meg;
um enn vit hava lagt ástir saman,
nógv er eftir for teg.«
18.
Drongurin fór fyri prest og dekn,
slapp at ganga til;
móðir ynskir honum til lukku:
“Giftist nú, tá ið tú vil!”
19.
“Ungur eri eg á aldrinum,
leingi havi eg tráað:
hvaðan av landi er tað vív,
ið mær er sámi at fáa?”
20.
“Gentuna eg tær vísa skal,
tað er mær eingin vandi;
nevnd er hon Gyðja Haraldsdóttir,
býr á Vesturlandi.
21.
Hon kann bæði at spinna og binda
og at kirna smør;
einans er hon arvingin
til átta merkur í jørð.
22.
Hon kann at gera ketilost
og at elta tálg;
tá ið tú hana við eygum sært,
at henni fært tú nálg.”
23.
“Er hon so mikil innan veggja,
sum tú sigur frá,
á hana streingi eg heiti mítt;
tað standist hvat av ið má.
24.
Sjálvur skal eg ta kvøðu uppbera
vága Gyðju til,
biðja dóttur Haralds bónda;
tað standist hvat av ið vil.«
25.
Tað var um ein halgan morgun,
kettan í eystan klórar,
Jákup fór at biðja sær bát
og átta menn til róðrar.
26.
Toggarnsbuksur fór hann í,
tøvdar upp í tógva,
hvítar hosur av koltursgarni,
spennir á danskar skógvar.
27.
Hosubondini fingurbreið
bindur hann undir knæ:
“Hjálp mær, santi Ólavur kongur!
Gev mær ein góðan dag!”
28.
Trískeftisstúku fór hann í
og snjóhvítan klút:
“Sig mær, sæla móðir mín,
hvussu síggi eg út?”
29.
“Vundnar leggir og hyldlig lær,
lendar hevur tú breiðar,
kallmansmerki á hvørjum lið;
so gott tykir móður at eiga.”
30.
Bláu troyggju fór hann í
og tríkantaðan hatt;
móður tykir ogn í unga sínum,
kallar hann søta skatt.
31.
Muffur á hendur og reyðar frynsar
hanga fram á fingrar:
»”Eg má hava í lummanum
okkurt sum dúgliga ringlar.”
32.
Hann brennivínsfløsku í barmin tók,
fríggjarastav í hond;
so fór reysti Jákup á Møn
oman til sjóvarstrond.
33.
“Farið nú væl í Harrans frið
bæði faðir og móðir!”
Biður tey biðja gott fyri seg
og setur seg sjálvan til róður.
34.
Tá ið teir vóru á miðjari leið,
rann honum tað í minni:
“Eftir liggja vøttir mínir
á bitanun harinni.
35.
Eftir er pungur og pípustokkur
og mín slíðraknívur:
tað man illa bera til
at fara og biðja vív.”
36.
Til tað svaraði Ísakur Dirðil,
situr á toftubekki:
“Illa verður tær úr í dag
eftir gomlum merki.
37.
Tá ið eg fór burtur at biðja,
legði eg eftir mær:
krakkurin bæði grimmur og stórur
brendur eftir mær var.”
38.
Róðu teir henda bátin fastan
fram í hvítan sand;
Jákup á Møn hann loftaði sær
við fríggjarastavi á land.
39.
Tógvar gyllin á bekkin legði,
bað teir heilsa heim;
teir settu seg í bátin niður,
hildu sær á gleim.
40.
Ísakur Dirðil segði tá fram,
heldur á válgarsbita:
“Hvussu biðilin kemur fram,
tað má drotturin vita.”
41.
Biðilin setti sínari ferð
niðan at einari krógv,
setist at eta morgunmat,
móður og troyttur av sjógv.
42.
Bógvin setur hann millum knæ,
drílin eisini,
fór so eftir fløskuni
at leska seg aftur við.
43.
Gamalsabógvin át hann upp,
tað á svaðasvørði;
kannubæradrílurin gekk hartil,
sum roðaður var í smøri.
44.
Hálva fløskuna drakk hann úr,
gott var hon pottamál:
“Nú skal drekka Giðju prúðu
og Santa Mariu skál.”
45.
Strekkir hann út við longum stavi
yvir bekk og bleytar mýrur;
haðan allan tann langa veg
til Haralds garð hann stýrir.
46.
Troyttur var hann av longum veg,
hevði gingið hart,
smakkar aftur á fløskuna
til at styrkja hjartað.
47.
Tá ið hann upp móti brekkuni gekk,
gjørdist vegurin tungur:
“Nú vilja beinini svíkja meg,
tó at eg eri ungur.
48.
Liggja her og doyggja úti,
tað má ikki ske;
hevði eg fingið mær eitt ross,
lukkutíð fyri meg.”
49.
Brúna ryssa Hálvdans
lakkar á trimum beinum,
eittans eyga í skalla hevði,
í læri hevði hon skeinu.
50.
“Her síggi eg ein brúnan hest,
ryssa ella mer;
nú skal eg ríða í Haralds garð
sum ein kavaler.”
51.
Hann gekk fram við blindu lið,
rópar: ”tu tu tu!”
Vipsar hon við afturfóti;
hvat síggi eg nú?”
52.
”Hetta betýðir einki ilt,
av fornum eg tað haldi:
líkasum Olgar danski,
tá Brifort fyri honum spældi!”
53.
Jákup tekur í háryggin,
kastar seg aftur á mer;
har lá hann og fetti sær
sum steinkobbi á skeri.
54.
Tá ið hann slapp á ryssuna upp,
fríggjarin tann hin gævi,
tá fekk hann tað innskotið,
sum vit hava brúkt til stevið.
55.
Jákup díkir á ryssuna
niðan mót norðara skarði;
tekur hann út sín telgimudd
og prikar hana í lærið.
56.
Gortra kemur út árla morgun,
sær í veðrið upp:
“Her kemur maður ríðandi
og sjálvur Belsebub.”
57.
Gortra stóð undir skálaveggi,
tá hon hetta sá;
loypur hon inn í Haralds borg
til at siga frá.
58.
“Eg sá hest við skarðið,
harvið girdan mann;
eystan undan tindinum
sá eg, tann brúna rann.”
59.
Men tá ið ryssan sviðan fekk,
fá var hennara líki,
varpaði hon reystan Jákup á Møn
í eitt sortudíki.
60.
Jákup liggur í díkinum
væl upp til hálvar leggir,
tekur at banna ryssuni,
tó ilt var skap at eggja.
61
“Bannað verði tú til búk og bein,
sum meg í díkið legði!”
Mintist hann á tey hánarorð,
sum Ísakur Dirðil segði.
62.
“Kristin fríggjar til Gyðju,
tað søgdu tey mær heima;
er hann har til hallar í dag,
heldur hann sær á gleim.
63.
Hann kann væl at bíta í bak
og koma mær í forakt;
lunga hoppar upp yvir mati,
tað hava fornir sagt.”
64.
Tá ið hann slapp úr díkinum upp,
toygdist úr hvørjari lykkju,
tá breyt hann sín góða stav
sundur í tógva stykki.
65.
Báðar stumpar á økslina legði,
raggar heim til hús;
tá sá Jákup lítil út,
sum hann var til ilsku fús.
66.
Haralds menn á havinun vóru
í stóra báti bjarta;
konurnar allar tyrptust saman
við teirra bangna hjarta.
67.
Summar hildu tað vera ein frans,
summar tað vera ein jøta.
“Eya meg!” vóru Giðju orð,
“tað virkir í mínun kjøti.”
68.
Konurnar allar hildu ráð
um henda sjaldna mann:
at bíða, til hann kemur heim,
tað gongur ikki ann.
69.
Gortra stóð fyri durunum
og talar so for seg:
“Farið tit, sum orka at ganga!
ikki orki eg.”
70.
Konufólkið burtur leyp,
hvør sum best kundi ganga;
gamla Gortra eftir stóð
og kláaði sær í vanga.
71.
Jákup gekk til húsa heim,
gekk mest upp á rós;
á Gortru festi hann eyga sítt,
tá ið hon kreyp í eitt fjós.
72.
Jákup loypur eftir henni
fram fyri fjósins dyr:
“Heilt fyri mær títt gull og fæ!
Eg havi ei verið her fyrr.”
73.
Gortra leit seg aftur um bak
og sá tann fótin svarta,
slepti gulið aftan undan
til at styrkja hjartað.
74.
Tá ið hann hoyrdi henda brest
og ta fúlu røst,
tá fell hann eftir nakkanun
og beint í Haralds køst.
75.
Foknarskotið, ið Gortra gav,
og fløskan gjørdu hann øran;
hann sýntist, hann fór tumlandi
millum himmals og jørð.
76.
Lætna tók fyri hjartanun,
tá ið Gortra hetta sá;
hon fór av stað við prukkuni
at siga hinun frá.
77.
Gortra stetlar á trimun beinum,
alt sum hon kann best,
ætlaði sær at hitta hinar
niðri við »stóra neyst«.
78.
Tá ið hon kom at durunum,
greip hon veggin fatt;
tá stóðu tær og tivaðu
rætt sum seyður í rætt.
79.
Gyðja stóð fremst og alsveitt,
sum hon var frá botni drigin:
“Ver vælkomin, omma mín!
Man fíandin vera sligin?”
80.
»Hann er fallin og liggur bleytt,
rúnir, meini eg, vann;
skundið tykkum heim til hús
til at redda hann!”
81.
Konufólkið tyrpist saman
at skoða henda mann;
rætt sum ravnar um deyðseyða
so hoppa tær uttan um hann.
82.
Jákup liggur í køstinun,
ikki mentur at tala;
stjørnur og tað klára ljós
sær hann fyri sær mala.
83.
Hann sá tær bæði svartar og hvítar,
tað var einki gaman;
hann meinti, tað vóru einglar og djevlar,
ið har var komið saman.
84.
Gortra stóð har skamt ífrá
undir tveystykkishúgvu:
“Hetta man vera Belsebub,
eg kann ikki annað trúgva.”
85.
Hvør kona tók tá í sín lim
hann úr køsti at draga:
“Spakuliga!” vóru Gyðju orð,
“latið ikki koma til skaða!”
86.
Tá ið Jákup hetta hoyrdi,
fekk hann í hjartað troyst;
tóat tær flestu sóu út sum trøll,
hetta var einglarøst.
87.
Draga tær hann eftir fløtunum
oman til eina á:
“Báturin kemur av havinum;
gangið og sigið teim frá!”
88.
Byttur og baljur har var dragsað
saman í ein hóp,
rivu so klæði av kroppi hans,
sum tú flettir kóp.
89.
Tóku tær av honum bláu troyggju,
hartil allan hamin.
“Óreinantíð!” vóru Gyðju orð,
“hann stinkar verri enn tramin.”
90.
Tríati byttur vóru á hann hvølvdar
og tvagstampurin hálvur;
tá var hann so fríður og snoðin
sum ein sloktur kálvur.
91.
Haraldur kom frá strondum niðan,
sær hann hetta spæl:
“Ei man hetta, mín sæla dóttir,
fara at líka væl.”
92.
Hann fór undir byrðina
og ber inn henda drong,
rívur hann so úr buksunum
og leggur í eina song.
93.
Jákup liggur í songini,
spjálkar av lív og deyð,
til deyðans bróðir til hann kom
og hjálpti honum úr neyð.
94.
Jákup svav, til sólin rann;
fjálgur mundi hann liggja;
tá læt hann upp eyga sítt
uttan um seg at hyggja.
95.
Haraldur gekk til hansara song:
“Góðan morgun, maður!
Fyri tú vart frelstur í gjár,
máttú vera glaður.”
96.
“Eg ætli mær til Haralds garð
henda sama dag;
var eg í nakrari neyð í gjár,
sig mær einki tað!”
97.
“Eg eri Haraldur, stovan er mín,
ið tú inni ert;
kemur tú mær til bata í dag,
tað skal vera mær kært.”
98.
“Eg svørji við alt, ið heilagt er,
og mín telgiknív:
til tess eri eg higar komin
til at biðja mær vív.”
99.
Haraldur fór eftir fløskuni,
skeinkir honum gløsini trý,
flýggjar honum pungin:
“Lat tær nú uppí!
100.
Statt nú upp og lat teg í,
áðrenn nakar sær!”
Gortra fór eftir buksunun
og kastar honun á lær.
101.
“Gloym nú ikki, ungi maður,
hvat ið tú vilt siga!
Hvat er tað fyri genta,
ið tú ert komin at biðja?”
102.
“Sannheit eg ikki dylja vil,
men siga líka frá:
tað er Gyðja Haraldsdóttir,
mær stendur hugur á.”
103.
Haraldur stendur á hallargólvi,
lær hann upp í háð:
“Sjálv skal mín hin sæla dóttir
á slíkum hava ráð.
104.
Gyðja sjálv skal hava sítt kjós,
tað er mær eingin vandi;
sig mær ætt og eiti títt,
og hvaðan er tú av landi?”
105.
“Jákup á Møn so kalla tey meg,
prestar tveir meg doyptu;
Álvar-Jógvan og Dani-Meya
meg í formi stoyptu.
106.
Alin eri eg á Sondum upp,
onkasonur móður;
einans eri eg arvingin,
hvørki er systir ei bróðir.”
107.
Haraldur fór eftir sínari dóttur,
leiðir í stovu inn;
hon setur seg á stólin niður,
bæði prúð og svinn.
108.
Í reyðari troyggju, kalamanks skjúrti,
grønari silkihúgvu;
kinnin var reyð sum hummarklógv,
eygað sum í dúgvu.
109.
Jákup stendur á gólvinun,
strýkur sær um enni,
hárið aftur við vanganum,
og skeitir yvir at henni.
110.
Haraldur tekur í hennara hond:
“Sæla dóttir mín!
Vilt tú henda riddara lova,
komin at biðja tín?«
111.
“Ikki vil eg til slíka bløku
gifta meg í ár;
hann kann fara í køstin í dag,
sum hann fór í gjár.”
112.
So rak Gyðja spott á hann,
til hann gekk á øllum fýra,
morgunmatarleysur av húsinum fór
heim til Sanda at stýra.
113.
Genturnar á Vesturlandi,
kátar allar samlar,
hvør við sínun kneppi av hoyggi,
bæði ungar og gamlar.
114.
Jákup fylgdist við Haraldi,
har sum tey brendu krakk:
“Fyri tú hýsti mær í nátt,
skal tú hava takk.”
115.
Dani-Meya á landi stóð,
sær hon hesa glaðu,
tekur at rópa grindaboð
og koyrir bátin avstað.
116.
Jákup rennur at fjøruni,
tá hann sá henda bát;
men tá ið hann kendi Dirðla-Ísak,
tá fleyg hann í grát.
117.
Ísakur var bæði blíður og týður,
hvat skuldi hann annað gera:
“Jákup, hevur tú fingið ja,
og hvar man grindin vera?”
118.
“Her er roykur og eingin grind;
tit skulu hava takk;
genturnar á Vesturlandi
brenna eftir mær krakk.”
119.
Taka teir hann í bátin inn,
teir róðu heim til Sanda;
Jákup gekk frá strondum niðan
fyri sína móður at standa.
120.
“Ver vælkomin, Jákup mín!
Hvar er øll tín reyst?
Legg teg niður hjá móður tíni!
Hon er longst um best”
121,
Hon fór eftir fløskuni,
hartil bar hon drekka:
“Leska teg niður á hjarta,
tí kraftin hon er svekkað.
122.
Tað tú fórt á Vesturland
má meg nú fortróta;
ilt mundi tú, mín sæli sonur,
av mínum ráðum njóta.”
123.
“Móður eri eg av longum veg,
krakkurin er tungur;
konuráð eru ólukkuráð,
helst tá ið ein er ungur.«
124.
Jákup legði seg upp í smog,
hann vil ikki longur fríggja;
onga gentu í hesum landi
hevur hann list at síggja.
Um táttin sigur Jakob Jakobsen síðani:
Tátturin um Jákup á Møn, sum hann stendur prentaður her, er eina mest eftir Kristianu Karolinu Nolsøes uppskrift í vísubók hennara. Henda vísubók er avskrivað upptikin í tað stóra handskrivaða kvæðasavnið »Føroya kvæði« í tí stóra kongliga bókasavninun í Keypmannahavn. Kristiana Karolina Nolsøes uppskrift av táttinum er havd sum grundarlag, av tí at tað kann ætlast við vissu, at henda uppskrift kemur tí upprinniliga laginum næst, tí lagi og skapilsi, í hvørjum Páll Nolsoy yrkti táttin — nærri enn allar aðrar uppskriftir.
Prógv fyri, at hetta er so, fæst á henda hátt: Poul Johannessen Nolsøe (Páll í Nýggjustovu) og Joen Johannessen Nolsøe, bróðursynir Nólsoyar-Páls, mintust faðir teirra og ein annan bróður Nólsoyar-Páls, Hanus, kvøða »Jákup á Møn« og lærdu hann av teimun. Poul og Joen J. Nolsøe søgdu mong ørindi úr táttinum fyri útgevaranum av hesari bók, helst slík ørindi, sum teir kvóðu øðrvísi, enn nú er vanligt at kvøða tey, eisini í Nólsoy. Tíverri fekk útgevarin ikki allan táttin frá teimum; annars mundi tað hava hóskað best at hava slíka uppskrift sum grundarlag fyri hesari útgávu. Men samanlíknan millum tey ørindi, sum teir góvu mær, og tey somu ørindi í Kristianu Nolsøes uppskrift vísir, at tey koma alvæl ásamt allan veg út eftir, meðan hinar uppskriftirnar, undantakandi Fugloyarbókina, bróta so nóg meira av frá Poul og Joen J. Nolsøes kvøðingarlagi. Tann nevnda samsvaran millum lagið hjá hesum báðum og hjá Kristianu Nolsoe sýnir, at hon hevur fingið táttin í tí skapilsi, sum næstu skyldfólk yrkjarans hava havt hann.
*
Innihaldsliga liggur leikurin hjá Sigrid Niclasen heilt tætt upp at tátti Nólsoyar Páls, sum yrktur varð um aldaskiftið 1800.
Jákup á Møn er sjálvsagt høvuðspersónur, og móðirin, Dani-Meya, og faðirin, Álvar-Jógvan, eiga til tað stórar leiklutir. Eyðvitað er Ísakur Dirðil, sum er formaður á ferðini at flyta hann um fjørðin ella sundið, við, men tað kann tykjast eitt sindur løgið, at høvundurin letur Hálvdan vera húskall hjá foreldrum Jákups. Hann verður í táttinum bara nevndur sum hann, ið eigur ryssuna, ið Jákup styttir sær leiðina við, tá ið hann er komin um fjørðin ella sundið, og tá er hann helst komin úr ognarøki faðirs síns.
Á Eysturlandi hoyra vit sjálvsagt um Harald bónda, Gyðju, dóttur hansara og arbeiðs-konuna Gortru, sum hevur rættiliga stóran leiklut í táttinum, men leikritahøvundurin setur navn á tríggjar av gentunum, sum eru ónevndar í táttinum: Katrina, sum er vinkona Gyðju, og arbeiðskonurnar Óluvu og Beygu. Í fyrstu prentaðu útgávuni verður henda seinast nevnda skrivað Bijja, og Malan Simonsen stavsetir navnið á sama hátt, men í handritinum stendur týðiliga Beyða, og út frá tí hava vit í hesi útgávuni loyvt okkum at stavseta hetta gentunavnið Beyga við tí í huga, at ein av kenningunum fyri kvinnu í kvæðunum er beygalín.
At enda er at nevna, at leikritahøvundurin navnnevnir ein av útiróðrarmonnunum. Hann verður róptur Balsar.
Malan Simonsen tekur í bók síni ”Kvinnurøddir”, 1985 soleiðis til um sambandið millum táttin og leikin:
”Hon (t.e. Sigrid Niclasen) ikki bert dramatiseraði táttin, hon nýyrkti ørindini um fríggjarabúnan hjá Jákupi, og hugburðurin er broyttur.”
*
Ið hvussu so er í tveimum verkum hevur verið gitt um, hvaðani høvuðspersónurin í táttinum var ættaður, og hvagar hann skuldi.
Fyrst er at nevna henda stubban, sum er prentaður í bók Bjarna Niclasens ”Hendingar á leiðini”, Sanna Dahl Niclasen og Reidar Djupedal løgdu til rættis, 1983:
Jákup á Møn
“Táttur Nólsoyar Páls, Jákup á Møn, er eitt av Føroya størstu listaverkum. Nólsoyar Páll var av allar bestu táttayrkjarum, og hevur hann eisini yrkt bestu tættir, ið til eru á føroyskum. Millum tættir hansara verður Fuglakvæðið sagt tann besti; men man ikki Jákup á Møn verða eyð so góður?
Jákup á Møn var yrktur úti á sjónum, vilja menn verða við. Innihaldið í táttinum kennir hvør skilaføroyingur, men hvønn ella hvat tátturin er yrktur um, er ikki so lætt at greiða. Dr. J. Jakobsen heldur í bók síni Poul Nolsøe, at hann er yrktur um heimføði føroyinga yvirhøvur og ikki um einstakan mann, sum mangir aðrir føroyskir tættir.
Eg hugsi okkurt er, sum kann vísa á, at tátturin er yrktur um einstakan mann og ikki um ein miðal føroying, sum hann var um 1800. Jákup á Møn verður í táttinum sagdur at vera átari: „Gamalsabógvin át hann upp" o.s.fr., ikki munnu føroyingar tá hava etið so nógv, at tað er at tosa um. Hann var sera errin: „Muffur á hendur og reyðar frynsar" o.s.fr. Um føroyingar hava havt tílíkt fyri um 1800, veit eg ikki; men so man lítið vera eftir av tí, so eg hugsi erpiskapurin vísir á einstakan mann. Heldur ikki var siður í Føroyum at speireka mann so, sum tilskilað er í táttinum: „So rak Gyðja spott á hann" o. s. fr. Um hon hevði havt hug til tess, mundi Haraldur havt sett at henni, so Jákup ikki skuldi fara morgun-matarleysur av húsum. Hetta man hava verið hendingaferð í Haraldsgarði.
Eisini eru allir hinir tættir Nólsoyar Páls yrktir um einstakar menn ella hendingar, so hesin man vera tað eisini. Páll hevur havt ein sambiðil, meðan hann fríggjaði til Marin Malenu Ziska úti á Oyri; henda kvinna man vera Gyðja í táttinum. Sambiðil Páls, Jákup á Møn, hevur vist búð í Skálavík. Hetta kann gitast, tí tá ið brent verður sunnanvert við bøgarðarnar úti á Oyri í Borðoy, sæst glaðan syðst í Skálavík, og í ongari aðrari bygd. Meya hevur staðið fyri durinum og sæð roykin á glaðuplássinum úti á Oyri.
Í donskum frágreiðingum um táttin verður maðurin kallaður “Jacob paa Sandet", so hugsast kann, at tað upprunaliga hevur verið møl í staðin fyri møn, og man hann hava verið av Møl í Skálavík.
Tá ið Jákup fór fríggjaraferðina mannaði hann áttamannafar úr Skálavík og róði í Borðoyarlíð. Hann hevur gingið um Brúnaskarð, og tá ið hann kom undan hinumegin, so hann kundi síggjast úti á Oyri, er ræðsla komin á konufólkið; men ikki hevur verið vanligt í Føroyum at ræðst ein einsamallan fremmandan mann.
Páll hevur her sum í øllum tættum sínum dugað væl at hildið fólk fyri gjøldur; hann hevur gjørt sambiðili sínum heilt fyri skommum; men ikki er vist, at hesin maður, sum hann kallar Jákup á Møn, hevur verið serliga ódugandi fyri tað, um honum miseydnaðist ein biðlaferð.
Dr. J. Jakobsen sigur, at hesin táttur man vera yrktur í 1800, júst í fríggjaratíð Páls. Hann giftist út til Oyrar í 1801. Hetta rímar alt við tað, at Páll hevur yrkt Jákup á Møn um ein sambiðil og ikki um ein miðal føroying.”
Til hesar gitingar Bjarna Niclasens er at siga, at handritið “Fugloyarbók” styðjar útsøgnina um, at rætta navnið er Jákup á Møl. Har verður skrivað Møøl.
Men at seta Jákup í samband við býlingin á Møl í Skálavík man vera ivasamt. Hann hevur so einki við tey at gera, sum vit nú siga at vera ættað av Mølini. Tey húsini, sum fólkini á Mølini eru ættað úr, vórðu ikki bygd fyrr enn seinast í 1880-unum, eini áttati ár eftir at tátturin varð yrktur.
*
Aðru ferð, gitt hevur verið um, hvaðani høvuðsperónarnir í táttinum eru ættaðir, er í bókini “Góður er gamalur í ráðum – Frásagnir eftir Hans Petur Hansen í Heimistovu á Glyvrum”, greitt til prentingar: Maria Jacobsen, 1991.
JÁKUP Á MØN
“Menn hava til henda dag verið í iva um, hvørt frálíki táttur Nólsoyar Páls, Jákup á Møn, er yrktur um ávísan mann ella um ein vanligan heimføðing her á landi fyri umleið 200 árum síðani.
Pápi segði mær, at Hanus abbi hevði sagt, at pápi hansara, sum æt Jákup, mintist tann mannin, sum Nólsoyar Páll í vísuni kallar Jákup á Møn. Hetta skuldi vera ein ávísur vestmenningur.
»Gentuna eg tær vísa skal, tað er mær eingin vandi — nevnd er hon Gyðja Haraldsdóttir, býr á Eysturlandi.«
Sum tátturin sigur, ætlaði hesin maður á ungum aldri at fáa sær konu av Eysturlandi, t.v.s. úr Klaksvík, sum bygdin nú verður kallað, men sum fyrr í tíðini æt norðuri í Bønum ella inni í Bø, sum teir søgdu norðari á landi.
At hetta miseydnaðist honum, vita øll. Jákup á Møn fekk hvørki Gyðju ella áttamarkar-garðin. Hvør mundi henda Gyðja vera? Hon var eingin onnur enn seinna kona Nólsoyar Páls, ið gjørdist bóndi norðuri í Vági, til hann umkomst og hvarv á sjónum.
Við sínum góðu skaldagávum lá her væl fyri hjá Pálli. Eftir tí mær er greitt frá, varð tátturin yrktur aftaná, at Páll var giftur tí sonevndu Gyðju.
Sjálvari biðlaferð Jákups á Møn er óneyðugt at greiða frá, tí hon er meistarliga tilevnað í táttinum. Viðvíkjandi teimum báðum tilsipaðu bygdunum, Vestmanna og Klaksvík, er tað kanska onkur, ið hevur hug at andøva ímóti við at benda á krakkin, ið móðir Jákups skuldi síggja verða brendan eftir soninum.
Fyrr í tíðini høvdu fólk eginleikar, sum nútíðarmenniskju lítið vita um at siga. Tey bæði hoyrdu og sóu fyri ófrættum. Hesi fólk høvdu ein sætta sans, men tað mátti dyljast, ella var vandi fyri, at hann hvarv.
Eitt dømi, ið bendir á sannleikan í hesum, skal eg siga frá: Fyri um leið 70 árum síðani fóru nakrir sørvingar til Vestmanna at dansa eitt føstulávintssunnukvøld. Vestmenningar vóru sera blíðir. Har treyt hvørki vátt ella turt. Tá tað leið nakað út á náttina, bar tað soleiðis á, at eingin skipari var í dansinum. Vestmenningar heittu tí á ein sørving um at skipa eina vísu.
Ein av sørvingunum var ógvuliga góður kvøðari, er hann nevndur, er hann kendur. Hesin leggur fyri við Jákupi á Møn. Hann gjørdi hetta uttan at hugsa víðari um hetta, tí tátturin var vanliga kvøðin á gólvi í Føroyum, hvar ein var staddur. Men gakk! Teir fyrr so gestablíðu vestmenningar rýmdu allir sum ein úr dansinum og hildu fyri, at vóru teir komnir higar at halda teirra gamla bygdarmann fyri spott, var betur, teir allir sótu heima í Sørvági og aldri vóru komnir higar. Blíðskapurin fekk ein bráðan enda, og øllum var dátt við.
Hesa sonnu frásøgnina havi eg frá einum, ið hjástaddur var við hetta endaleysa dansigildið. Viðmerkjast skal, at tá í tíðini var tað hildið at vera tað størsta spott, ið kundi henda nakran, at fáa tátt, tí var ikki so løgið, at vestmenningar vóru illa við av sørvingum hesa føstulávint.”
Heimildir
Debes, Marianna: ”Endurskin av Jákupi doktara frá brøvum, hann skrivaði til síni 1875-1918”, 2002
Effersøe, R.C: ”Gunnar havreki”, 1889
Føroya kvæði (Corpus Carminum Færoensium). Svend Grundtvig og Jørgen Bloch savnaðu. VI. bind. Napoleon Djurhuus legði til rættis, 1972.
Føringatíðindi nr. 4, apríl 1890
Føringatíðindi nr. 5, mai 1890
Hansen, Hans Petur: ”Góður er gamalur í ráðum. Frásagnir eftir Hans Petur Hansen í Heimistovu á Glyvrum.” Greitt til prentingar hevur Maria Jacobsen, 1991
Hanusson, Hanus: ”Fugloyarbók”, handrit, fyri 1854
Heinesen, William: ”Her er roykur og eingin grind”, mynd
Isaksen, Chr. Holm: ”Sjónleikur í Føroyum”, Varðin 5. bind, 1925.
Jakobsen, Jakob: ”Poul Nolsøe lívssøga og irkingar”, 1912, 2. útgáva 1966
Johannesen, Marius: ”Tættir I”, 1966
Marnersdóttir, Malan – sí: Simonsen, Malan
Niclasen, Bjarni: ”Hendingar á leiðini”, Sanna Dahl Niclasen og Reidar Djupedal løgdu til rættis, 1983
Niclasen, Sigrid: ”Jákup á Møn” handrit E 314 a og b, 1903, á Føroya Landsbókasavni
Niclasen, Sigrid og Skarði, Símun av: ”Tveir sjónleikir”, 1904
Nólsoyar Páll: ”Jákup á Møn”, tekningar Óli Petersen, lagt til rættis: Paulivar Andreassen og Ása Magnussen, 1987
Patursson, Súsanna Helena: ”Veðurføst”, handrit, 1889
Simonsen, Malan: ”Bylgjurnar leika í trá”, 1992
Simonsen, Malan: ”Fyri fyrst”, 1992
Tingakrossur nr. 47-52, 1904
Summary
Sigrid Niclasen (1854-1927) was one of the women who took an active part in the newly founded organization (1889) ”Føringafelag”, the foremost aim of which was to support the Faroese language.
Her parents were Tórshavn’s bookseller H.N. Jacobsen and his wife Maria Hansdatter. Sigrid was the eldest of their three remarkable children. Sigrids’s sister was Anna Horsbøl (1856-1940), who taught in Copenhagen all her life, and her brother was the scholar Jakob Jakobsen (1864-1918). After her father’s retirement she took over the running of H.N. Jacobsen’s bookshop.
Sigrid acted in both the plays, that were performed in Tórshavn in 1889, and she wrote the play ”Jákup á Møn” in 1890. The play is clearly built on the satirical ballad which Nólsoyar Páll (1766-1809) wrote around 1800.
This booklet also introduces some articles conjecturing on who might have served as model for the ballad’s main character Jákup á Møn.