Skip to main content

Jákup Sibbi

Hans Dalsgaard

Sjónleikur í tveimum pørtum, 1926

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

 

Tey leikandi

Jákup í Búð (eyknevndur „Sibbi“) um 60 ár.

Marjun, kona hansara (eyknevnd „Brenda lið“) um sama aldur.

Mortan, Óli, Sakaris, ungir gluntar.

Sýslumaðurin, um 40 ár.

Sýslumanskonan, um 35 ár.

Prestur, um 30-35 ár.

 

Tilburðurin ferst nakað nógv ár herfyri.

To top

Fyrsti Partur

(Roykstovan hjá Jákupi í Búð. Mitt fyri er fýrstaður, ketil hongur í skerðinginum yvir hálvbrendum eldi. Øðrumegin eldin hongur eitt bundi og hinumegin eitt krov. Í krókinum høgrumegin er kvørn, og lamb stendur bundið við hoyleyp undir lúðrinum. Dyrnar eru út høgrumegin. Vinstrumegin, í krókinum, stendur lágur stigi. Rokkabonkur við kørðum og ullarvigla eisini inni).

Scen 1.

Mortan (inn).
Gott kv...? (út í dyrnar). Nú varð alt sum einki!

Óli (inn)     
Hvussu tá ?

Mortan.
Knevilin er ikki inni - tað varð at hundinum til!

Óli.
Og hon sjálv, Brenda lið! hvar er hon? Eru tey kanske farin út at fríggja á gamalsaldrinum? Dett var rætt hasi gomlu, men latið ongan hoyra tykkum!

(Njósnast runt í roykstovuni og hava mangt og hvat á hondum).

Mortan.
Húss, eg hoyri fólk uttanfyri.

Óli.
Tað er Sakaris. Bíða nú, set teg har!

(Teir seta seg hvør sínumegin eldin. Óli koyrir troyggjuna fram yvir høvdið og Mortan húgvuna niður yvir pannuna.)

Scen 2.

Sakaris (inn).
Gott kvøld!

Mortan (hermir eftir Jákupi).
Gott kvøld, hasin rádni.

Óli (hermir eftir Marjuni).
Gott kvøld, og Gud signi teg.

Sakaris (varnast).
Ja! tað er rímiligt! Hvat sørinum, eru tey ikki inni í kvøld? tað var dekan ikki! Eg havi líka nú hjálpt Janusi at binda eitt snøri úr seiðatrøunum og oman í toftina. Tú veit, Óli, seiðatrøini eru leys við annan endan, tá hann so rykkir í, niðri í toftini, so man fara at njella á skjøldrinum fyri vestan ...

Óli.
Halgatrý! Tú ert ikki fyri ongum!

Sakaris.
Bíða nú, tað er meira enn. So pjøssaði eg hann út við skinnum ...

Óli.
Nei, nú lokkar tú? Men hann stendur væl ikki beint her uttanfyri, tí einaferð koma tey aftur ...

Mortan.
Ja, og fáa tey snevilin, so vita vit, hvar ið hosan er á holi. Men vit kunna heldur ikki verða sitandi her í alt kvøld, so spilla vit alt.

Sakaris.
Nei, latum okkum bara fara (fer móti durunum). Her verður einki spøkjarí í kvøld.

Mortan.
Spøkjarí kann verða enn, tey koma aftur umsíðir, og alt verður myrkari í hvørjum, tað skuldi ikki borið ringari til. (Reisir seg). Men vit mugu fara, áðrenn tey koma.

Óli (sær seg um)
Kundu vit ikki gjørt okkurt, áðrenn vit fara? Eg havi lítlan hug at fara so. (Varnast um bundið). Latum okkum krógva valaksabundið hjá honum. (Tekur bundið).

Mortan.
Tú sigur nakað! Tað verður gron í honum, tá ið hann kemur aftur og sær, at tjóvar hava verið. (Leitar runt). Er einki annað at stjala?

Óli.              
Harum tú! Her trýtur ikki at fáa; har stendur eitt lamb undir kvørnini.

Mortan (loysir lambið).
Tað skal drepast. (Dregur knív).

Sakaris.
Verið ikki óðir í høvdinum at drepa honum lambið, men latum okkum sleppa tí út.

Óli.
Ja, og so fer tað hagavilt. Á, tað verða nokk dagar lidnir, áðrenn Sibbin fær Øskuteistan aftur.

Mortan.      
Sakaris! tak og halt mær tí, meðan eg merki tað. (Telgir spjaldur og merkir báðar síður). So, nú kenna allir seyðamenn tað.

Sakaris (bindur spjaldrið um hálsin).
Hetta er týðilig adressa (lær).

Óli.
Hvat skoraði tú í?

Mortan.      
Sibbi øðrumegin og Øskuteistin hinumegin.

(Teir sleppa lambinum út).

Óli.
So komið nú av stað.

Mortan.      
Nei, ikki av fetinum, fyrr enn eg fái okkurt av stað við mær (leitar).

Óli.              
Tak krovið! hoyberingarkrovið hjá gamla Sibba! Tá ein stjelur, so stjelur hann, so tað munar (fer).

(Mortan tekur krovið og fer móti durunum).

Sakaris (hyggur aftur um fýrstaðin).                    
Skal eg taka kettuna? hon liggur so nosslig her.

Mortan.
Ja, ger so! lat hatta so fara at mjarra og spilla okkum alt spælið. Hatta man vera fult av tuberkli eisini, hatta sær mær ikki betri út enn so (fer).

Sakaris (leitar aftur og fram. Rívur karðar og ullarviglar á gólvið, rótar uppi á bitunum og tekur so ketilin av eldinum og fer mót durunum):                
Pílar og skot . . . eg veit! (hirðir ketilin í eldin). Skýmligt er í Artans høll, nei, nú gjørdi eg nokk ovmikið av, á, dett varð eitt øskurok!

Óli (uttanfyri):
Skunda tær nú nakað!

Sakaris (roynir at køva øskurokið).
Eg standi og skundi mær. (Tekur mjøl úr einum stólpa og stroyir eftir kvørnini og út um allan lúðurin). So, Brenda lið, hin gamla! nú fært tú skyld. Øskukalt og alt mjølið eftir á kvørnini. Tú er líka dugulig enn sum áður. - Hetta verður dagur í viku (fer).

Mortan (uttanfyri).        
Hvat sørinum gert tú? skunda tær . . . (setir høvdið innum) skunda tær, (út) tí nú kemur hann beklandi við torvleypinum um lið á Hálvmørkini.

Sakaris (á dyr).               
Halt kjaft! ella eg skal kvetta teg av sum ein fimmoyra griffil.

 

Scen 3.

(Øskurok).

Jákup (fyri uttan). 
Onkuntíð á Blálondum leikti tað betur í horni (slær seg í duragrindina), tá ið vit drukku av gullkerum (tekur um bollan), eitt í hvørjum horni, á, nakað havi eg meylað um hasar dyr! á, nakað havi eg sligið meg í hasar dyr . . . men - tað skuldi verið sum - hon - segði (fær sær krakk at seta leypin á) men hon skuldi ráða (setur leypin á krakkin), jú, væl var rátt (krakkur og leypur á gólvið). Á, mín deigiligi roki! ja, ilt vinst av illum (tekur um lærið), og so fekk eg so ilt í kjógvið eisini. (Sær, at lambið er burt). Ja, mín sjel, er lambið sloppið út! Sum rímiligt er, nú er Gamla úti aftur og strýkur í kvøld og hevur sjálvsagt ikki leskað tað vatn, - ólukkubeistið hevur slitið av berum tosta og hungri. (Setur rokan aftur. Stingur sær upp í pípuna og fer eftir klovanum). Ja, Harrans ívindarligheit er tað útkalt eisini. (Ripar klovan). Tað, sum ikki hevði dugnaskap at slíta sær burtur úr snøklunum, tá tað var tjúgu, hvat skal tað vera, tá tað er trýss?

 

Scen 4.

Marjun (inn).
Neyðardjórið, nú ert tú afturstrevaður við torvinum. (Tekur sukurmolar upp úr lummanum og leggur á fýrstaðhornið). Nú skal tú fáa ein góðan drekkamunn!

Jákup (illbrýntur).
Drekka! hvaðani? (Peikar í øskuna). Hatta er tann eldurin, tú hevur. Væl so eg fái nakran nátturða í kvøld. Hevur nakar fjandi vitað so skapt - døg- verðaleysur fór eg á heiði, og øskukalt er, tá eg komi aftur, (ripar sukrið í øskuna), - og konan strýkur úti um geilarnar!

Marjun (í øði).
Strýkur úti um geilarnar! Eg veit ikki, hvat eg skal til siga! Tú mundi bæði verið svangur og skræddur, hevði eg ikki verið . . .

Jákup (vísir henni stórt skrædl á lærinum)
Hann er so væl umsitin.

Marjun (heldur fram).
Tað mátti ikki verið nógv at brigslast um, um at eg støkki oman í Garð eina løtu, tað fer nokk ikki nógv av láni fyri tað. Sneiðursettur! hvør man tað vera, sum rimpar saman um lørini á tær . . . ?

Jákup (óður).                  
Hevði tú tagið, so varð tað, hvat tað kundi. (Skræðir í buksulærið). Jú væl er rimpað. - Eitt sovorðið ódugnadýr og geilastrok. (Reisir seg og peikar í øskuna). Sært tú, hvussu eldurin liggur! Á, mín sjel! dett var ein kona, eg fekk. - Ikki Sálamon - nei, ikki Jesu Sirak var so tungt kleppaður av eini kvinnu, sum tað ið eg eri.

Marjun (spoysk).
Var tað kanske eg, ið fríggjaði til tín? Hví komst tú eftir mær? Tá ið tað galt 8 gyllin uppi í haga og 7 gyllin í Hálvmørkini, tá var Marjun góð.

Jákup (nipin).                 
Tað er handa hálvmørkin! Lat tað nú so vera, men tú nýtir ikki altíð at brigsla mær hatta . . .

Marjun (mutlar).
Tá var smikran, tá var nippan, ein slapp ikki út fyri dyr fyri hasum . . .

Jákup (mennir seg).
Nær hoyrir tú meg brigsla tær nakað? Eg haldi, at tú nýtist ikki altíð at liggja sum sviðin kattur niðri í Garði - einki hugsi eg, at tey hava nakað brúk fyri tær har.

Marjun (háðandi).
Tú snakkar, sum tú hevur skilið til!

Jákup.
Tað man vera tað skilið, ið tú hevur!

Marjun (óð).
Tað sæst, hvussu býttur tú ert! Veit tú ikki, at tað eru ikki meira enn tríggir dagar, síðani guddótturin fell í gólv. Skuldu tey ikki havt brúk fyri mær. Men tú snakkar sum tað barnið, ið ikki er føtt! Hvat veit tú um songarkonur, tú hevur ongantíð ligið á song!

Jákup (erpin).                 
Tað hevur tú heldur ikki, geldskroppur tín! Nei, einki hugsi eg, at tey hava teg at røkta songarkonur niðri í Garði, minni enn tað. Tú situr nokk ikki har sum alla aðrastaðni fram við eldin og troytir kaffikrússið? (Peikar á liðina á henni) Hví er liðin so vorðin á tær?

Marjun (spinnandi óð).
Eg veit ikki, hvat eg skal til siga. (Grípur klovan). Um alt var samantalt, so var ikki sagt, hvør meira skyldina hevði í mongum og miklum (reiggjar eftir honum), sum tú sipar til og brigslar mær (slær hann á lærið) Sibbin!

Jákup.
Brenda lið! Brenda lið! Mín sjel, Brenda lið, drepur tú meg, so stevni eg tær . . .

(Rumbul á skjøldrinum fyri uttan).

Marjun (rædd).              
Á, tú góðasta! Hvat var hatta? Koma nú tey deyðu úr grøvini eisini? Á Jákup góðin, hvat skula vit gera?

Jákup.
Slá nú! Slá! Nú kann tú sláa, nú hevur tú fingið allar djevlar at hjálpa tær.

Marjun (ill).
Sig heldur, at alt veikansskapið er komið at hjálpa tær. Væl so tað fer ikki av stað við tær í kvøld . . .

(Tað ramblar aftur).

Jákup (ræddur)              
Marjun góðan, latum okkum nú vera góð!

(Tey fevnast).

Marjun (við gráturødd).
Jákup góðin, tú eitur eftir sjálvum santa Jákupi . . .

Jákup.
Jú, omma segði so . . .

Marjun.
Gakk og rist kross á dyrnar, so man fara at dvína.

Jákup.
Ja, kanske tað! (Tekur krit av bitanum). Marjun góðan, halt mær í kotið. (Toyggir seg út í dyrnar). Man tað verða nokk at rista ein?

Marjun.
Rist tveir, góðin! Tað er tryggari, men far ikki ov langt út.

Jákup (leggur kritið aftur og varnast, at bundið er burt).      
Marjun góðan, hvar er bundið?

Marjun (undrast).
Bundið? tað skal tú siga! tað hekk, tá ið eg fór út. Her er mangt løgið í kvøld. (Sær seg um). Ja, so sanniliga er krovið burtur eisini!

Jákup.
Á, hoyberarkjøtið! á, mítt einasta krov! (Ilskast). Tú hevur kanske borið tað oman í Garð til songarmat?

Marjun.
Nei, Jákup góðin, lat nú vera at erta og erta; latum okkum heldur fáa prest at beina alt hetta veikansskapið burtur!

Jákup (mutlar).              
Prestur dugir nú ikki at “gera eftir”, ið hvussu er.

 

Scen 5.

Óli (inn).    
Gott kvøld! Vit eru komnir at taka ein grevjass, hasin gamli.

Mortan (inn).
Nei, ein kross!

Sakaris (inn),
Sama ger mær, eg spæli tað, sum Jákup vil spæla.

Jákup (rennir eygu).     
Hetta muna vera spøkilsini, ið hava verið í kvøld. (Mutlar). Eini prúð spøkilsi!

Óli (spurin).                    
Hvat sigur tú ?

Mortan (undrandi).       
Spøkilsi?

Jákup.
Spøkilsi! ja, spøkilsi! so sigi eg. Eru tað kanske ikki tit, ið hava gingið her sum nakrir skendslar og rumsterað í kvøld? Á, dett eru einir fríggjarar! Á, dett eru einar píkur, ið hava við slíkar fríggjarar at gera! Tví!

Marjun.
Eingin annar! Eg segði tær tað altíð, at tað vóru eingi natúrlig spøkilsi.

Jákup.
Tú segði! Hvat segði tú? Tú segði einki, tað var tað, ið tú segði!

Óli.
Hvat er hatta, tit snakka um? Hevur tað spøkt her í kvøld?

Mortan.
Nei, ringir kunna vit vera. Ungdómur er nú einaferð ungdómur, men sovorðið gera vit ikki!

Sakaris.       
Sovorðið er ov grovt!

(Tað dunkar og brølar fyri uttan).

Óli (hjartkiptur).
So sanniiiga, er hatta ikki natúrligt!

Jákup (ivast).                  
Tað viti tit! vakurt er!

(Brøl.)

Mortan (krýpur upp á fýrstaðin).
Tit kunna sjálv skilja, at tað kunna ikki vera vit, vit, sum sita inni her.

Jákup (ræddur).
Eg gloymdi at signa meg í morgun.

(Tað skramlar).

Marjun.      
Eru tit ikki kristnir? Farið út og vitið, hvat hatta er.

Teir allir.
Vit tora ikki.

(Tað dukar spakuliga).

Marjun.
Á, tú góðasta! Eru tit ikki komfirmertir, ella hví fara tit ikki út at hyggja?

Mortan (fer varliga út á gáttina, hopar afturá og tekur um høvdið).
Nei, í Harrans hendur! Út fari eg ikki.

Jákup.         
Hvat sást tú?

Mortan.      
Eg sá svart!

Óli. Prestur segði, tá eg gekk til, at tá ein hevði góða samvitsku, so skuldi hann einki ræðast. (Fer út á gáttina).

(Eitt ódjór, pjøssað í skinn, kemur inn á gáttina. Øll eru helsligin av ræðslu).

Sakaris (fer móti ódjórinum, hevjar hondina og letur við vørrunum). Far, har tú er frákomið, og tak snørið við tær!

Jákup.         
Hoyr, armingin, hvat var tað, tú segði ? Eg meini, tú dugir at mána!

Sakaris (lítillátin).
Eg las bara “faðir vár” øvugt. Abbin plagdi at siga, at tey nýttu tað fyrr móti veikansskapi.

Jákup.
Nei, hygg!

Marjun.
So mátti tú kunnað fingið okkum bundið og krovið aftur eisini?

Jákup (ilskur).
Alt kemur aftur uttan tað, ið stolið er, ella í havið fer . . .

Mortan.
Nei, Jákup! Ver ikki býttur! einki er krovið stolið, eg eri vísur í, at tú hevur lagt tað onkustaðni, sum tú ikki kann minnast . . .

Óli.
Kráka krógvar, so hon finnur ikki aftur . . .

Marjun.
Ja, Jákup góðin! blindur ert tú!

(Jákup reingir eygu).

Óli.              
Helst man tað vera, sum Mortan sigur, mestur hongur tað uppi í tróðrinum . . .

Sakaris.
Ella inni undir kvørnini . . .

Jákup.         
Einki er tað í nøkrum tróðri ella undir nakrari kvørn.

Marjun.
Ájú, góðin, minnisleysur er tú . . .

Jákup.
Ikki eitt ilt skal vera at mær.

Mortan.
Lýs! Marjun, so munna vit fara at finna.

Jákup.
Ja, lýsið tit! Hvørjum skulu tit tendra við? Takið nú eldin! á, dett er ein eldur!

(Marjun legst at raka við hondunum í øskuni og blæsur í eimin).

Sakaris (kveitir aftur um fýrstaðin).
Tendrið við eygunum á kettuni.

Óli (tekur eitt petroleumsglas og rættir Marjuni).
Nú, Gamla, er nakað lív? Eg skal hjálpa tær at blása (blæsur í nakkan á henni).

Jákup.         
Lat hana vera! Tú skalt lata konu mína vera, skal eg siga tær.

(Sakaris situr á torvleypinum og blakar so av og á torvkonglar í høvdið á Jákupi. Jákup skimast og hyggur upp í tróðrið).

Jákup (upp at peiggja við ørmunum).                  
Kúst, kúst, hús-s-s-s-s! Hvat dekan hevur tú hesi høsnini sitandi her og gera alt ilt niður yvir meg.

(Høsn leika illa uppi í erva).

Mortan.
Ongan svávulpinnin eigi eg! Hevur tú nakran, Óli?

Óli.
Nei, ikki ein tann einasta.

Jákup (uppi og peiggjar).                   
Kúst, kúst, hó, hó, húsj, húsj!

(Høsnini skrukka).

Sakaris (tekur lummalykt upp úr lummanum).  
Nú Marjun, kom nú higar!

Marjun (rættir glasið móti honum).
Eg hugsi tú brennir meg um fingrarnar! Nei, eg skal siga tær, góðin, at sanniliga tori eg ikki væl at halda hesum, man eg fara at brennast?

Sakaris (lýsir á rakið).  
Tú hevur drigið nakað stutt upp.

Marjun.
Tað man helst vera, Sakarhús góðin. (Dregur rakið upp við stoppinál). Eg havi einki skil upp á hetta lektriska.

Sakaris (lýsir aftur).
Drag longri upp, hin gamla!

Marjun.
Nú dragi eg ikki meira, nú havi eg drigið heilt upp.

(Mortan og Óli standa við fótum í spenni at halda látrinum).

Jákup.
Tit eru teir býttlingarnir, ið eru! Á Harrans malargrót, hvat tú ert býttur, Sakarhús! Var tað ikki betri at lýsa beint upp í tróðrið við lyktini enn at standa har í alt kvøld og fonglast við hatta glasið?

Mortan (ráðuligur).       
Tað er tað nú bara ikki, tí úti har er so nógv rúm - eg meini við - har er so vítt um, at myrkrið verður ikki so tjúkt sum uppi í hesum holinum her, tað er so rímiligt!

Óli (finnur eldføri á kvørnini).          
Her er brandur, festið nú í!

Jákup (fegin).
Tú ert sum Grettir! Nú er lokin vandi.

(Tey festa í glasið).

Mortan (tekur stigan).
So, Marjun, nú kann tú fara líka á salingina!

Marjun (tregin).             
Eg, góðin, eg upp á galingina! nei farið tit!

Óli (tekur í økslina á Marjuni).
So gamla, á ránokkan! og lýs væl í stangarsporinum.

Marjun (stígur upp í stigan).
Er tað undir lonini, so skal tað verða funnið. (Stigin dettur, Marjun omaná.)

Jákup.
Huh, har má vera ein feilur í. (Mortan endavendir stiganum).

Óli.              
Ja, feilurin var í stongini.

Jákup.
Tað mundi eg siga, at feilur var, ið hvar hann var.

Marjun (hyggur gjølla at glasinum).
Stongin góðin, stongin, hon er góð, hon er bein! Jógvan har norðri gjørdi hana, hann plagar ikki at fara við ólíkindum.

Mortan (setur stigan aftur).              
So gamla, royn aftur!

Marjun (stígur í stigan, men glíður og fær ilt í fótin. Fer haltandi at grúgvuni).                     
Og nú breyt eg beinið eisini!

Jákup.
Hevði tú brotið tað so, at tú ikki slapst at strúka úti meira!

(Marjun ripar klovan eftir honum).

Óli (tekur glasið og lýsir uppi í erva).                    
Her er hvørki krov ella bundi.

Jákup.         
Huh, hvat segði eg? Krovið er stolið og bundið við.

Mortan.      
Ja, bæði eru stolin, tað kann eg siga.

Marjun:
Tað var tað, eg visti, at tað vóru tit, ið høvdu krógvað tey, sneiðursettir!

Mortan.
Vit? Nei! Ikki eg, ið hvussu er! Tað hevði verið tað síðsta, eg hevði gjørt!

Óli (firtin).
Tað er ikki vakurt at leggja okkum undir stuldur, vit sum nettupp nú hava dugnað tykkum so væl.

Sakaris.
Hatta skula tit koma at iðra.

Jákup.
Tað hoyrdu øll, at hann segði tað sjálvur.

(Marjun smílkast, fegin).

Mortan (kníptur).
Tað havi eg ikki sagt. - Eg segði, at krovið var stolið, og tað er tað . . .

Óli (stoytir undir hann).
Statt og tig! Tú hevur longu forrent teg.

Mortan (fimlandi).        
Eg? - Eg fortalað meg? - Tað havi eg ikki - tað veit eg einki um, ið hvussu er! - Eg meinti við - og tað skilur Jákup eisini - at høvdu vit tikið tað, so høvdu vit - eg meini við, vit høvdu . . .

Óli (rennir albogan undir hann).
Nei, Jákup góðin! tú fert at venda tær til sýslumannin. Onkur hevur stolið, og so kemur tað fyri ein dag.

Jákup.
Hevði eg einans havt eitt vitni, so skuldi (hóttar at Mortani), so skuldi eg nakka tær, og so skuldi onkur iðra seg eftir, at Jákup hevði verið hjá sýslumanninum.

Marjun.
Vitni, góðin! Til hvat? Øll síggja, at krovið er stolið, og tað veit sýslumaðurin væl, at vit hava ikki etið tað.

Mortan (blíðkar seg).
Eg haldi sum Marjun. – Tað, ið eg skuldi siga í áðni, tað var tað, at tað kann ikki bera til, at vit kunna hava stolið eitt . . .

Jákup.
Statt og tegi! Tú kann vera sami lygnarin sum pápi tín. (Spýtir).

Mortan (illur).                
Kom og vedda.

Jákup (háðandi).
Uppá hvat ?

Mortan.      
Upp á hatta har - eg meini við, upp á hatta har, sum eg meinti.

Marjun (hamskift).
Náði tú meg! Fara tit nú aftur at fáast við devilsskap? Her mátti havt verið nokk av tílíkum í kvøld.

Óli.
Tað haldi eg eisini, og hatta er heldur einki at vedda um. Sýslumaðurin skal ringan gera skil á hasum.

Jákup.
Hevði eg bara havt eitt vitni.

Marjun.      
Eg skal koma við tær, góðin!

(Óli og Sakaris læa).

Sakaris (álvarsamur).
Tað kemur nokk ikki at ganga, Marjun! Konan kann ikki vitna við manninum, tað sigur seg sjálvt.

Marjun.
Far tú Sakarhús, góðin! tú er mannfólk, meðni.

Sakaris
Tað man eg vera. Men eg kann ikki hjálpa tykkum, so fegin eg vildi, tí tað er nettupp meg, tit leggja undir stuldur. Eg kann ikki vitna móti mær sjálvum.

Mortan.
Lat bara sakina falla, Jákup!

Jákup.
Nú er tú nokk kroystur, hin rádni?

Sakaris.
Svara ikki aftur, Jákup! Einki fert tú at lata sakina falla. Eg eri eingin løgfrøðingur, men eg veit tað, at í Móselóg har stendur bæði um hor og morð, tað skal vera løgið, um ikki stuldur er har við; makkabearunum dámdi væl kjøt, vita tygum.

Jákup.
Nei, Sakarhús hasin rádni, kortini! Tú er tað einasta, ið fólk er. Í morgin skal eg til sýslumannin.

 

To top

Annar partur

(Stova hjá sýslumanninum. Við bróstið vinstrumegin er skáp, ið stendur á gólvinum. Uppi yvir tí er bókahill. Á bróstinum fyri aftan eru ymiskar myndir. Dyrnar uttar í roykstovuna eru frammi høgrumegin. Í aftasta høgra króki er lítið borð við roykingartilfari. Mitt á gólvinum er borð, hvar við prestur og sýslumaðurin sita. Sýslumanskonan beinir drekkaílát av borðinum).

Scen 1.

Prestur (reisir seg og tekur í hondina á sýslumanskonuni).   
Mange tak for maden, frue!

Sýslumanskonan.           
Velbekomme! Det er ikke meget at takke for, præsten har jo næsten ingenting spist.

Prestur.       
Jo, jeg har spist vældig meget (tekur um búkin), bliver jeg her i tre aar, saa tror jeg skam jeg faar mig en pæn lille mave paa. (Setir seg).

(Sýslumanskonan ber inn stórt oksahorn og tvey smá drykkjuhorn og setir á borðið).

Sýslumaðurin (skemtandi).
Ja, efter regelen skulde det ogsaa være saadan, Deres forgængere i embedet er ikke alle døde af sult. (Skeinkir og rættir presti annað hornið). Nu skal De have en snaps efter gammelt mønster.

Prestur (tekur við steypinum).
Tak, sysselmand! Sikken dog et prægtigt horn, De der har! Er det maaske et gammelt arvestykke? Skaal! (Drekkur).

Sýslumaðurin.
Ja, det har været her i huset, siden det kom her til landet. Det er af “Norske Løve”, der strandede ved Lamhauge. (Skeinkir aftur). Men hvordan gaar det med sproget? Kan De forstaa Deres sognebørn?

Prestur.
Ja udmærket! Jeg havde saamænd ikke tænkt, der var saa lille forskel mellem færøsk og dansk, som der er.

Sýslumanskonan (blunkar til mannin).
Hatta er tað gamla! Olmussubeistini halda seg snakka líka væl danskt sum Petur Dass, og so heldur prestur tað vera føroyskt.

Sýslumaðurin (smílkast).                   
Hatta er einki nýtt.

Prestur (forvitin).          
Hvad var det, De sagde, frue? Jeg synes, De talte om mig.

Sýslumanskonan (treisk).
Skilur prestur so væl føroyskt? (Út).

Prestur (hálvfirtin).
Nu forstaar jeg ikke et muk af det hele. (Við sýslumannin). Jeg er meget nysgerrig efter at vide, hvad Deres kone sagde.

Sýslumaðurin.                
Hun talte noget om, at præstens ko gik løs i kartoffelmarken.

Prestur (loypur upp).
Det var . . . ! Saa er det vist paa tide for mig at komme afsted.

Sýslumaðurin (klappar honum á herðarnar).
Nei, sæt Dem nu bare ned, saa slemt var det nu ikke alligevel, det var bare spøg.

Prestur (ovfarin).           
Nu har jeg aldrig . . . ! Men hvad mener De da? (Setir seg).

Sýslumaðurin (skeinkir honum).
Det var bare en slags eksamen. Nej, hvad min kone sagde, var det, at naar en færing søger saa godt han formaar at tale dansk, saa bliver det ikke anderledes end som vi nu har hørt; en dansk præst tror, at det er færøsk han hører. Men naar man saa taler færøsk, saa forstaar vedkommende præst ikke et muk, endskønt han for en stund siden har sagt, at der ikke er megen forskel paa færøsk og dansk.

Sýslumanskonan (inn).
Jákup í Búð er her uttari og vil hitta teg. Skal eg biðja hann koma inn til tín?

Sýslumaðurin.
Ja, vælsignað! Lat hann koma inn. Nú er okkurt!

Sýslumanskonan (við prest).             
Nu kan præsten faa lejlighed at høre lidt færøsk.

Prestur.
Hvad? Hvem er det?

Sýslumanskonan.
Det er den gamle Jakob Henriksen. Ham der bor der nede ved stranden (Út).

Prestur.       
Naa, ham! den gamle med piben. Jo, ham kender jeg. Er det ikke hans kone, der hedder Marjen?

Sýslumanskonan.
Jo, hende har præsten nok besøg af saa af og til?

 

Scen 2.

Jákup (inn, við húgvuni millum hendurnar).
Gott kvøld!

Prestur (reisir seg og tekur í hondina á Jákupi).
God aften, min gode Jakob Henriksen! Hvordan har Deres kone det? Jeg har ikke set hende i flere dage deroppe i præstegaarden.

Jákup (foyur).                
Hun har det ikke saa godt nu. Hun har været noget ring af krym, fordi hun har vakt i so mange neder upp í trekk.

Prestur.       
Hvad mener De?

(Sýslumaðurin og konan smílkast).

Jákup.
Det har været saa ring stand hos dem der nede i Gaard, i longre tid, hann sjálvur.

Prestur (ótolnast).         
Hvad er der saa i vejen med hende? Hvad er det, som staar nede i Gaarden?

Jákup.
Guddatteren er falden i gulv!

Prestur.
Falden paa gulvet? Nej hvad er det dog, De siger! Det var da forfærdeligt alligevel. Slog hun sig slemt?

Jákup (smílkast).           
Hann sjálvur forstár sig nokk ikki negv uppaa songkonur, síggi eg.

Prestur (við sýslumanskonuna).
Nej, nu maa De komme mig til hjælp, jeg forstaar, Gud hjælpe mig, ikke et muk af det vaas.

Sýslumanskonan.           
Det er hans nabos kone der har faaet en lille.

Prestur.       
Naa saadan! (Við Jákup). Det har jeg ikke hørt noget om, synes jeg! Er det længe siden?

Jákup.
Det er løgið, at hann sjálvur ikki har set det. (Við hini bæði). Tað hevur hvør maður kunnað sætt. Tað er ikki leysingabarn, tey eru ektafólk, lukkusignað!

Prestur.       
Set hvad ?

Jákup (foyur).                
Nu spyr hann sjálvur so nær.

Prestur (altráur).           
Hvad var det, De vilde sige, min gode Jakob, hvad var det, jeg skulde have set?

Jákup (við sýslumannin).
Hoyr hví er hann so naskur? Skal eg siga tað?

Sýslumaðurin.                
Ja, sig tú bara. Tá hann kann spyrja sovorðið, so kann tú saktans svara eisini.

Jákup.
Ja, tá sýslumaðurin sigur tað, so . . . (Við prest). Jeg mener med, at øll have set, at hun har været paa vejen. (Við sýslumannin). Ja mín sjel, segði eg tað nú.

(Sýslumanskonan tekur køkufat úr skápinum og setir á borðið).

Prestur.
Paa vejen? nej, det har jeg saavist ikke set. Men hvad bestiller hun forresten der? Jeg synes, De fornylig sagde, at hun lige havde faaet en lille.

Jákup.         
Man pleyer nok ikke at gøre so stort, mens man ligger paa song.

Sýslumanskonan.           
Ver so góður, Jákup, set teg yvir at borðinum, tú drekkur ein kopp av kaffi, áðrenn tú fert út aftur. (Út).

(Jákup setir seg).

Prestur.
Min gode Jakob, De skulde heller prøve paa at tale dansk, De maa da kunne indse, at det er umuligt for mig at forstaa Deres færøske sprog. Jeg er jo nylig kommen hertil.

Jákup (etur køkurnar).
Tale dansk! tale dansk! hvorfor taler prestur ikke dansk. (Við sýslumannin). Hoyr sýslumaðurin, skilur tú eitt orð av tí, hann sigur.

Sýslumaðurin.
Nei, ikki eitt! Eg veit ikki, hvat hatta er, hann snakkar.

Jákup (við prest).
Præsten snakkar ikke sovorðið danskt som den gamle Puntepidán, han snakkede akkerát som vit.

(Sýslumanskonan setir sukur og róma á borðið).

Sýslumaðurin (við prest).                   
Det gaar nok ikke saa nemt med sproget, som De troede.

Prestur.
Nei, jeg maa med skam bekende, at jeg ikke forstaar ret meget af det, den gamle mand siger.

Sýslumaðurin.
Ja, var det ikke det, jeg sagde, og nu talte han ovenikøbet dansk.

Prestur.
Det gjorde han da ikke? Nu har jeg hørt det med!

Jákup (etur køkur og drekkur róma afturvið).    
Hetta eru einar frálíkar køkur, tygum hava, sýslumaðurin! óført sum tær smakka væl, tær bráðna burtur í munninum. Tær eru so ljósar eisini. - - Marjun hevur onkuntíð bakað okkum ein bita, men tær eru so nógv dimmari í holdinum, ja, eg meini við uttaná.

Sýslumanskonan (inn við kaffi).       
Ver so góður Jákup! nú mást tú ikki smæðast at eta afturvið. (Sær, at hann hevur klárað alt. Er nær við at bresta útúr).

Jákup.
Skal eg fáa meira enn? Takk, takk! (Við sýslumannin). Hoyr sýslumaðurin, er tað nakað at her í dag? eg meini so við, barnsøl ella okkurt sovorðið?

Sýslumaðurin.
Ja, tað er føðingardagur konu mínar.

Jákup.
Nei, hygga síggj! (Við hana). Hvussu gomul eru tygum nú?

Sýslumanskonan.
35 ár.

Jákup.
Ája, jú hatta ber til! Hoyrið, so kunna tygum fáa eini tvey børn aftrat. Tvey, ja minst tað. Hvussu mong hava tit, vælsignað?

Sýslumaðurin.                
Seks eru tey.

Jákup (meðan hann drekkur).
Nei hygg! ein heilur riðil at føða. (Turkar sær skeggið). Nei, eg skuldi ikki gloymt mær ørindini, (lágmæltari) men tað vil so verða, tá ein kemur so væl fyri, sum eg eri nú. - Hoyr, sýslumaðurin! eg eri komin at klaga . . .

Sýslumaðurin.                
So góðin!

Jákup.
Ja Gud eri eg! Á, tað er ikki tí so væl! Nú hava teir aftur stolið eitt krov frá mær og eitt bundi.

Sýslumaðurin.                
So, góða sjelin! og hvørjir eru teir so?

Jákup.
Tað eru teir - spyr eftir - gavstrikkarnir, Mortan, Óli og Sakarhús! - nei, ikki Sakarhús! (lágt) hatta er so makaleyst, legði mær so góð ráð, vælsignað!

Prestur (við sýslumannin).
Hvad gaar der af Manden? Jeg synes, han pludselig blev saa oprørt.

Sýslumaðurin.
Vent nu bare, saa skal De faa at høre; det er en meget indviklet kriminalsag. (Við Jákup). Tað var spell! Men so er tað nokk best at fáa kalsmenninar higar, beinanvegin.

Jákup (kagar forvitin at horninum og nertur við tað).
Ih! hoyr sýslumaðurin, hvat er hetta?

Sýslumaðurin.
Hatta er eitt horn.

Jákup.
Tað veit eg, men eg meini við - hvat er í hesum?

Sýslumaðurin.
Gott slag! (Tekur hornið). Vilt tú hava ein løgg?

Jákup (klórar sær í bróstið).
Nei tegið! á, hvat sigur hann? vil eg hava! nei, skal eg fáa ein dropa?

Sýslumaðurin (skeinkir).                    
Hettar klárar vitið! Ein krevur at vera klárur, tá hann ber fram sakarmál.

Jákup (svølgir steypið í ein munn).  
Takk, vælsignaður, hetta er gott fyri krím. (Skimast stundum at sýslumanninum og stundum at presti). Nasvíst at spyrja, drekkur prestur brennivín?

Sýslumaðurin.                
Drekkur, nei! ja, hann smakkar á.

Jákup.
Nei, nú svari eg tær ikki! so, hann smakkar sær á? nei, nú veit eg einki. Tað skuldi verið hin gamli Puntepidán, hann varð óður, tá hann sá ein mann kenna til - ja, sanniliga varð hann so! Ája, eg minnist hvussu hann deildi meg hitt heystið, tá eg fór at ganga til - bara tí at Mikkjal og eg høvdu ligið avdotnir undir eini sátu - einki var, vit høvdu drukkið - var tað ein hálvpottur, so var alt! (Strýkur horninum).

(Sýslumaðurin skeinkir honum tvey steyp aftrat).

Prestur (við sýslumanskonuna).
Det er dog en forfærdelig masse spiritus, den gamle mand kan drikke.

Jákup (við hana).
Hoyrið, hvat sigur hann? Eg helt, hann snakkar um meg. Gamle mand, segði hann, tað man vera eg, hugsi eg.

Sýslumanskonan.           
Hann sigur, at tygum síggja óføra væl út av so gomlum manni at vera.

Jákup (fegin).                 
Nei, ney, nu er jeg einki, men da jeg var eini tyve aar, da saa jeg noget gott ud. (Strýkur sær um skeggið). Nu er jeg graa, men da var jeg øðrvísi, skjegget var mest jarpt, bar á morreytt, kanske.

Prestur.       
Hvad er der i vejen, min gode Jakob, siden De kommer til sysselmanden?

Jákup.
I veyen? det er ikki eiti av? De have stjaalet et krov og et bunde fra mig, det eneste jeg aatte. (Við sýslumannin). Nei, sýslumaðurin, latum okkum ikki gloyma hatta har, eg meini við, krovið! valaksakrovið og bundið - valaksa - ja, hoyberarbundið!

Sýslumaðurin (spoyskur).
Nei, latum okkum bara koma aftur til valaksakrovið og hoyberarbundið.

Jákup (ilskur).                
Tað sømir mær at vera mæssmiltur, men sýslumaðurin skuldi ikki verið tann fyrsti at speirikið meg við tí!

Prestur (við sýslumanskonuna).      
Hvad har den gamle mistet? Jeg synes - han sagde, nogen havde stjaalet fra ham.

Sýslumanskonan.
Der er nogen, som har stjaalet et neg og en lammekrop fra ham.

Prestur (við Jákup).
Stakkels mand! Har man stjaalet et neg fra Dem? det var da synd!

Jákup.         
Et neyt? ney? men lambið var vekk, da jeg kom aftur við torvi, helst man de have stjole det med, hugsa ikki annað!

(Prestur heilsar øllum og fer. Sýslumanskonan fylgir honum út).

Sýslumaðurin.
Latum okkum so fáa ein enda uppá hatta valaksakrovið, hin gamli.

Jákup (illur).                   
Slíkur kanst tú vera sum teir, og teir sum tú, er tað nøkur meining í, fyrst at geva einum manni alskyns góðgæti og fylla hann upp við brennivíni, og so at halda hann fyri spott omaná? Men eg skal hava krovið aftur, tað veit eg.

Sýslumaðurin.                
Hevur tú nøkur vitni?

Jákup.
Vitni! til hvat? Heldur sýslumaðurin, at teir vita tað ikki sjálvir?

Sýslumaðurin.                
Ja, mín góði Jákup! Tað kann væl vera, at teir vita tað, men eg kann ikki fara at seta teir í Blátorn so uttan víðari.

Jákup.
Einki Blátorn! Eg vil hava krovið aftur og bundið desslíka! Ella, er eingin lóg í landinum?

Sýslumaðurin.
Lógir tróta ikki. (Rættir honum sigarkassa). Ver so góður, fá tær sigar! Men tú kanst ikki leggja fólk undir stuldur uttan at prógva tað við vitnum.

Jákup (tekur sigar, bítur hana av um helvt og stingur hin helmingin í lumman).   
Í lógini man tað standa! (Spýtir á gólvið).

(Sýslumanskonan kemur. Førkar spýtibakka til hansara).

Sýslumaðurin.
Ikki í mínum lógbókum.

Jákup (førkar bakkan vekk og spýtir).
Sakarhús segði, at tað stóð í Móselóg!

(Hon førkar bakkan aftur til hansara).

Sýslumaðurin.
Ja, eg má siga, at eg eri ikki stívur í Móselóg, tað skuldi tú sagt við prest, áðrenn hann fór.

Jákup (førkar bakkan).
Hoyr kona, koma tygum aftur við hasum fatinum, so spýti eg beint í tað! Ja, Gud geri eg so!

Sýslumaðurin.
Nei, ver ikki óður! Spýt ikki í ílatið.

Jákup.
Tað var eingin synd at gjørt tað! Men kann eg ongan rættin fáa, so lat meg sjálvan síggja lógbókina!

Sýslumanskonan (fær honum bók).  
Her er Móselóg, ver so góður!

Jákup.
Tað er so líkt, at eg sjálvur skal noyðast at leita í lógbókum! Hvussu skal tað verða, tá prestarnir drekka brennivín, og sýslumenninir ikki kenna Móselóg. (Vendir bókini ymsar vegir). Eg veit ikki, hvønn veg eg skal venda hesum!

Sýslumanskonan (snarar bókini á)
Henda vegin!

Jákup (blaðar og blaðar).
Nei, sýslumaðurin, hvar stendur tað? sig mær!

Sýslumaðurin.
Tað man vera í paragraf sjey!

Jákup (blaðar).
Grafapar - hvussu søgdu tygum - grafaparið sjey?

Sýslumaðurin.
Jú, vælsignaður!

Jákup (blaðar).               
Hetta kann eingin fjandi fáa skil á, hetta eru nærum alt spjaldrastavir! (Ripar bókina).

Sýslumaðurin (lær).
Sig sum er, at tú kennir ikki S fyri K.

Jákup (upp í øði).           
Sýslumenn og fútar - tað vita vit, at tað situr í Helviti og tægar lógbøkur og krevur skatt, tá tað er deytt. (Spýtir skránna út). Tví, tví, langa tví! (Fer á dyr).

Sýslumaðurin (tekur luftbyrsu undan bitanum og skjýtur eftir honum):
Tvíggjar tú øvrigheitina ? Nú skal tú fáa tað!

Jákup (fyri uttan).
Mín sjel, skeyt hann meg nú eisini! Á Gud lati meg aldrin liva tann dag, at eg komi aftur um bundi at klaga.

 

To top

Viðmerkingar

“Jákup Sibbi” er prentaður í Varðanum 6. bindi, 1926. Í hesum sambandi kom hann eisini út sum smárit, 23 síður. Síðani er hann ikki prentaður.

Hans Dalsgaard, føddur í Skálavík í 1899, skrivaði leikin.

Sjálvur hevur hann sagt, at skúlaviðurskiftini í heimbygdini í hansara barnaárum vóru vánalig, og tað mundi vera orsøkin til, at foreldur hansara eitt skifti lótu hann til Húsavíkar at ganga í skúla, tí har vóru skúlaviðurskiftini betri.

Sekstan ára gamal fór hann til skips.

Veturin 1919 — 20 fór hann á Føroya fólkaháskúla, og samveran við lærarar skúlans, Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði, gjørdi honum stóran mun. Næmingarnir á háskúlanum høvdu handskrivað felagsblað “Tjaldrið”, og her komu nakrar av fyrstu yrkingum hansara at standa.

Heimafturkomin til heimbygdina setti hann saman við øðrum á stovn ungmannafelag, og í sambandi við hetta felagsarbeiðið skapti hann gilt av yrkingum og søgum, sum seinni komu á prent í Varðanum ella onkrum av bløðunum.

Í 2. heimsbardaga varð hann í 1944 sendur til Íslands sum løgtingsins umboðsmaður. Har hitti hann íslendskar høvundar, sum gjørdust vinmenn hansara.

Aftan á kríggið flutti hann til Havnar at búgva og fór at arbeiða hjá landsverkfrøðinginum, har hann starvaðist, til hann fór frá við eftirløn.
Hans Dalsgaard doyði í 1970.

Tað mesta av tí, Hans Dalsgaard yrkti og skrivaði, varð skapað í tíggjuáraskeiðnum 1920 — 30, men ikki fyrr enn í 1966 kom fyrsta og einasta yrkingasavn hansara út, og ikki fyrr enn í 1968 kom einasta søgusavn hansara.

“Av mannagøtum” eitur yrkingasavnið; ikki er tað stórt, telur tilsamans 14 upprunayrkingar og 16 týðingar úr donskum, norskum og íslendskum. Bæði upprunayrkingarnar og týðingarnar bera merki av tí sjáldsama vandna yrkjaranum, Hans Dalsgaard, ið ikki læt av hondum nakað verk, uttan hann hevði handfarið tað fleiri ferðir, snákað og snøggað tað til lítar.

Hann yrkir um komandi várið, ið hann lýsir við hesum vælljóðandi, snøgga ørindi:

“Sólin hækkar, styttast skuggar,
dagur tognar, gloppast gluggar
— vikna tekur vetrarvald —
eystan ríður ljósins drottur,
mannabørnum mennist máttur.
Tussar missa tangarhald.”

Hann lýsir aðrar árstíðir, yrkir teimum til verju, ið happað eru í samfelagnum, yrkir um einsemi og unglingafundir, og í kendastu yrking síni “Aksið” tekur hann upp spurningin um alt tað nýggja, ið floymir inn yvir landið og vil køva forna mentan. Í slíkum tíðum ræður um at ansa sær,  og yrkjarin endar við hesi áminning:

“Tú vallari á vegnum,
sum gongur reystur  — ansa tær,
at kjarnin góðar mentir fær.
Tú annars er eitt burturkast á vegnum.”

Í søgusavninum, ið hevur heitið »Bøndur og fátæk fljóð«, eru níggju upprunasøgur og seks týðingar úr íslendskum, fýra eftir Elías Mar (1924-2007) og tvær eftir Gudmund Gíslason Hagalín (1898-1985).

Upprunasøgurnar eru partvíst endurminningar frá barnaárunum, partvíst frásagnir bygdar á sagnatilfar, ið livandi hevur verið í Skálavík.

Tær eru sagdar á kjarngóðum máli, og í fleiri teirra nýtir høvundurin høvi til at kunngera samhug við tí happaða, tí undirmetta í samfelagnum. Menniskjansliga lýsingin av bygdarspottinum Nelson, ið letur lív fyri at bjarga øðrum lívi, er gott prógv um hetta, og í søguni “Keglið” fáa vit úr munni mammunnar orð, ið kundu staðið sum felagshugsan fyri nógv av tí, Hans Dalsgaard skrivaði:

“Latið tit altíð hjartað ráða, ið hvat tit so gera, tá verjir Gud tykkum, um menn vilja skaða tykkum!”

Tað var sum nevnt í 1926, at sjónleikurin  »Jákup Sibbi«, kom í Varðan. Leikurin er í tveimum pørtum, bygdur á væl kenda táttin “Jákupsa skegg”. Hetta er ein glæntrileikur, uttan iva skrivaður til onkra kvøldskemtan í heimbygdini tíðliga í 1920-árunum. Hetta er týðiliga eitt ungdómsverk og eitt løtuverk.

Hans Dalsgaard týddi eisini sjónleikin “Gyltalið” úr íslendskum eftir Davíð Stefánsson frá Fagraskógi (1895-1964). Tann leikurin er prentaður í Varðanum 28. bindi, 1950.

Karsten Hoydal hevur í Varðanum 41. bindi, 1973, skrivað fródliga grein um Hans Dalsgaard og skaldskap hansara.

*

Hann, ið veit eitt sindur um føroyska táttayrking, sær alt fyri eitt, at beinagrindin í leikinum er havd eftir tátti, sum á prenti verður skrivaður “Jákupsa skegg” ella “Jákupsar skegg”, eisini nevndur “Jákup sibbi”.

Sambært “Kvæða- og vísuskrá” hjá Jeffrei Henriksen er tátturin fyrstu ferð prentaður í Tingakrossi 17. apríl í 1912. Síðani er hann prentaður í táttabók Jóannesar Paturssonar “Táttabók I”, 1934, í bókini “Kvæði, vísur og táttar” 2. útg., sum Dávur Magnussen og Jóhannes av Skarði løgdu til rættis, 1965 og í bókini, sum Marius Johannessen legði til rættis: “Tættir III”, 1974. Lagatilvísingar eru í hesum bókunum: Hjalmar Thuren: “Folkesangen paa Færøerne.”, 1908 og Hjalmar Thuren og H. Grüner-Nielsen: Færøske melodier til danske Kæmpeviser”, 1923.

Men føroyingar hava vitað um henda táttin undan aldaskiftinum 1900, tí í “Føringatíðindum” nr. 20, 17. okt. 1895 stendur ein vísa, sum nevnist “Revurin og ravnurin”, tilsamans átjan ørindi. Hetta er eitt av Esops dømum endursagt upp á rím. D.I. stendur undir, og tað er Djóni Isaksen, Djóni í Geil. Viðmerkt verður, at vísan skal kvøðast við lagnum til “Jákupsar skegg”.

Tátturin verður her prentaður eftir útgávuni hjá Jóannesi bónda í 1934:

Jákupsar skegg.

1 Jákupsar skegg var ongantíð turt,
- Harra mín! -
tá ið hann kom á bøin, var bundið burt.
- Um sumarið
tá ið allir fuglar syngja væl.

2 Marjin við tíni brendu lið:
eg meini, at krovið er burtur við.

3 Er krovið burtur, skal tað yngsta minnast,
og inni fyri harrunum skulu vit finnast.

4 Jákup fór sær yvir um á
alt til at biðja Sjúrða lána sær bát.

5 Jákup hann stígur í tann fremsta stavn:
“Nú ætli eg mær til Kjøpinhavn.”

6 Tá ið hann kom har mitt á fjørð,
tá bognaði skútan sum ein gjørð.

7 Tá ið hann kom har mitt á hav,
tá brakar í hvørjum spreki, í Sjúrðar báti var.

8 Hann kastar síni akker á hvítan sand,
fyrstur steig Jákup fótin á land.

9 Ein harri út av vindeyga sá:
“Her kemur ein maður í kappanum grá.

10 Her kemur ein maður í kappanum grá,
ongum líkari enn Sibbi at sjá.”

11 Í grasagarði har akslar hann skinn,
og gongur hann fyri harrunum inn.

12 Jákup inn um dyrnar trein,
men eingin stóð honum upp ígjen.

13 Jákup hugsar við sjálvum sær:
“Hví man eingin standa upp fyri mær?”

14 “Mine naadige herrer, ville I mig høre,
jeg haver en sag for Eder at føre.

15 Eg átti eitt bundi, og tað var gult,
eina tunna av korni var tað fult.

16 Tó at tað ikki var turkað á sodni,
so var tað so gott sum ein tunna av korni.

17 Hálvt hevði eg ætlað mær til fræ,
hálvt hevði eg ætlað mær til jóladag.

18 Hálvt hevði eg ætlað mær til fræ,
teir stjólu tað burtur tann sama dag.”

19 Ein harri svaraði honum á stikli:
“Hví kemur tú her við ongum vitni?

20 Hví kemur tú higar, títt Føroya barn?
tú skal verða settur í tað harðasta jarn.

21 Hví kemur tú higar at klaga um korn?
tú skalt verða settur í tað hægsta torn.”

22 “Meðan eg ongan rættin kann fá,
so lati meg sjálvan í lógbókina sjá.”

23 Tað fyrsta Jákup Sibbi í lógbókina sá,
tá kendi hann ikki s fyri k.

24 So mundi Jákup Sibbi frá bókini renna,
ongan bókstavin mundi hann kenna.

25 Jákup eftir beinkinum ekur,
tann ovasti harrin eftir byrsuni tekur.

26 Jákup út um dyrnar leyp,
tann ovasti harrin eftir honum skeyt.

27 Jákup út um dyrnar gekk,
eittans haglið í dintilin fekk.

28 Jákup, hann svór um sína sjel:
“Nú mundi eg verið skotin í hel.

29 Gud lati meg aldri liva tann dag,
eg komi eitt annað bundi at klaga.

30 Gud lati meg aldri liva so leingi,
eg komi í holt við slíkar dreingir.”

Sum sæst, brúkar Jóannis tvíflættaða niðurlagið “Harra mín”/ “Um summarið/ tá ið allir fuglar syngja væl.”

Sama niðurlag verður brúkt í “Tingakrossi”, men aðrar útgávur hava onnur niðurløg: “Kvæði, vísur og táttar” hevur niðurlagið “Men Dansen den gaar/ saa let igennem Lunden”, sum er sama niðurlag, ið brúkt verður í kendu donsku vísuni “Elverskud”, sum byrjar: “Hr. Oluf han rider vide om land, og til sit bryllup byder han.” Hetta er okkara vísa um Ólav Riddararós.

Marius Johannesen brúkar eisini tvíflættað niðurlag, sum man vera yrkt eftir 28. ørindi í táttinum: “Tummi rumm bumm bumm/skotin í hi, hi, hi/ skotin í ha, ha, ha/ skotin í hel.”

Í nýggjari tíð hava vit hoyrt upptøkur av táttinum, har skiparin brúkar niðurlagið: “Fram við Líðará/ fram við Líðará/ tað var har, ið ryssan lá”; í Funningi kvóðu tey: “Fram við Líðarrætt, fram við Líðarrætt, teir drupu eina ryssu fram við Líðarrætt.”

Flest øll munnu halda, at “Jákup Sibbi” er til tað ungur táttur, við tað at hann ikki er at finna í CCF, “Føroya kvæðum” og heldur ikki í teimum kvæðabókum, sum komu út í 19. øld. Hann er ikki í prentaðu søvnum Hammershaimbs.

Men okkurt bendir á, at hann er eldri, enn hildið hevur verið. Jóannes bóndi hevur hann sum annan táttin í síni útgávu, millum “Ánaniasar tátt” og “Brókartátt”, sum vanliga verða mettir at vera millum teir elstu av táttum okkara, hin fyrri frá fyrst í 18. øld og hin seinni frá miðskeiðis í somu øld.

Og munnligar heimildir hava knýtt táttin at einum húskalli, sum var uppi á døgum í Svínoy seinast í 18. øld. Hann skuldi vera ættaður úr Depli og tæna Úti á Bø. Har í bygdini er staðanavnið Díki depilsdrongs, og frásøgur haðani siga, at Jákup sibbi gjørdi seg sekan at stjala tubbak av líkunum, sum róku upp á land av tí skipinum, sum hevur verið rópt skotaskipið.

Er nakað í hesum, kunnu vit staðfesta tíðarmetingina, tí skotaskipið var ein kópafangari, “Rachel”, úr Stromness í Orknoyum,  ið fór á land á Svínoyarvík 27. novembur 1786. Í bók síni “Havið og vit II – Minniligir dagar”, 1966 sigur J. Símun Hansen fra tí, sum kom fram í sjóforhoyrinum, sum hildið var í Havn 4. desembur 1786, og hann endurgevur Norðoya kirkjubók:

 “Aar 1786 den 27. Nov. er et Skib fra Schotland strandet paa Svinø, af hvis Mandskab ickun tre bleve i live, mens 17 opkastede ad Stranden efterhaanden og begravede i Svinø.”

Víst verður eisini á, at Sjúrðar-navnið, sum verður nevnt í 4. og 7. ørindi, var í Yvirstovu í Svínoy um hetta mundið. Í 1766 tók Sjúrður Símunarson við festinum, og í fólkateljingini í 1801 verður hann sagdur at vera 64 ára gamal.

Sjálvsagt hevur Sjúrðar-navnið verið í fleiri bygdum í Føroyum, men hetta ørindið, sum summastaðni hevur verið kvøðið eftir sjeynda ørindið staðsetir hendingarnar:

“Tá ið hann kom har út fyri Gerði,
tá ynskti hann aftur í Svínoy at verið.”

Ørindisreglan “fór yvir til Sjúrða at lána sær bát” ella sum í hesi uppskriftini: “Jákup fór sær yvir um á/alt til at biðja Sjúrða lána sær bát” hóskar, tá ið hugsað verður um býlingar, betur enn tað, sum oftast verður kvøðið: “Fór oman til Sjúrða”.

Sjálvsagt skal tað fyrivarnið verða tikið, at Svínoyar-navnið væl kann vera yrkt upp í táttin eina káta veitslunátt har í bygdini í nýggjari tíð.

*

Sum longu nevnt er leikurin prentaður fyrstu ferð í Varðanum í 1926. Longu árið eftir spæla kvívíkingar hann. Hetta frættist í FF-blaðnum nr. 8, 1927:

“Jákup Sibbi” er spældur nýliga í Kvívík, og stuttleikaðu fólk sær væl yvir henda káta leik.”

Í Klaksvík hevur hann verið leiktur fleiri ferðir: í mai 1935, í 1939 og aftur í 1941. Í Norðlýsinum 15. februar 1941 lesa vit:

“Seinasta leygarkvøld helt KÍ kvøldskemtan. Sjónleikurin “Jákup Sibbi” varð spældur. Inn komu 850 kr.”

Hann var eisini á palli í Klaksvík í 1960-unum.

5. mars 1943 skrivar “Dagblaðið”.

“Seinasta sunnudag var sjónleikur framførdur í Fuglafirði. Tað var sjónleikurin “Jákup Sibbi” eftir Hans Dalsgaard, Skálavík, ið varð leiktur av børnum í Fuglafirði. Hann var væl leikaður, og húsið var stúgvandi fult av fólki, ið fagnaði sjónleikin stórliga. Inn komu 507 kr., ið allar verða latnar til ítróttarvøllin.”

Vit vita eisini, at miðvingar leiktu leikin í 1951, ungdómur í Sunda sókn leikti hann í 1953, og á heysti í 1958 verður hann spældur á Tvøroyri. Um hetta siga “Føroyatíðindi” 1. okt. 1958:

“Sjónleikafelagið ætlar at spæla skemtileikin “Jákup Sibbi” fyri børnum nú fríggjakvøldið í Klubbanum. Leygarkvøldið verður hann framførdur fyri vaksnum, og so verður dansur, undirhald og burturluting annars.”

Í 1969 er leikurin á palli í Haldarsvík, í 1973 í Hvalba, og í 1975 varð hann leiktur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Óli Kurt Hansen leikti Jákup og Magna í Stórustovu Marjuna.

Eyðun Johannessen tók m.a. soleiðis til í leikskránni:

“... um eini gomul hjún, sum eru eitt sindur egin og tessvegna kosin at vera rukkur, eirindaleyst forfylgd av bygdarfeløgum sínum.

Týski rithøvundurin hans-magnus von enzenberger hevur sagt tað rættiliga beinrakið: “Rukkan er neyðugi syndabukkurin fyri ringu samvitskuna hjá hinum!””

Hetta er sjálvsagt beinrakið sagt, men leikurin hevur eisini aðrar samfelagsatfinnandi tilsipingar. Jákup verður settur í láturligt ljós, av tí at hann ikki dugir danskt, sum er málið, ið prestur talar. Og tað man ikki vera av tilvild, at høvundurin móti endanum av leikinum júst vísir til grein 7 í lógbókini, tá ið Jákup ber klagu sína fram og ikki dugir s fyri k. Grein 7 var, tá ið leikurin varð skrivaður fyrst í 1920-unum, nógv umrødd grein í skúlalógini. Tað var hon, sum staðfesti, at undirvísingarmálið hjá føroyskum børnum skuldi vera danskt.

 

 

To top

Heimildir

“Dagblaðið”, 5. mars 1943.

Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981.

Dalsgaard, Hans: “Av mannagøtum”, yrkingar, 1966.

Dalsgaard, Hans: “Bøndur og fátæk fljóð”, stuttsøgur, 1968.

Dalsgaard, Hans: “Jákup sibbi”, smárit, 1926.

“Elverskud.” Danske kæmpe- og folkeviser, 1979.

“FF-blaðið” nr. 8, 1927.

“Føringatíðindi”  nr. 20, 17. oktobur 1895.

“Føroyatíðindi” 1. okt. 1958.

Geilini, Óli Reinert á (f. 1966). Samrøða 6. mai 2015.

Hansen, J. Símun: “Havið og vit II – Minniligir dagar”, 1966.

Hansen, J. Símun: “Tey byggja land”, 2. partur, Svínoyar sókn, 1973.

Hansen, J. Símun: “Tey byggja land”, 3. partur, Viðareiðis sókn, 1975.

Henriksen, Jeffrei: “Kvæða- og vísuskrá”, Føroya Skúlabókagrunnur 1992.

Hoydal, Karsten: “Yrkjarin Hans Dalsgaard”, Varðin 41. bindi, 1973.

“Hr. Oluf han rider vide om land, og til sit bryllup byder han.” Danske kæmpe- og folkeviser, 1979.

“Jákup sibbi”, táttur.

“Jákup sibbi í Sjónleikarhúsinum í Havn”, leikskrá 1975.

Johannessen, Marius, legði til rættis: “Tættir III”, 1974.

“Kvæði, vísur og táttar” 2. útg., Dávur Magnussen og Jóhannes av Skarði løgdu til rættis, 1965.

Mikkelsen , Jóhan G. (f. 1944). Samrøða 7. mai 2015.

“Norðlýsið”15. februar 1941.

Norðoya kirkjubók, 4. desembur 1786.

“Ólavur Riddararós”, “Stígum fast”, Poul Eide legði til rættis, 1963.

Patursson, Jóannes: “Táttabók I”, 1934.

“Revurin og ravnurin”, vísa. Hetta er eitt av Esops dømum endursagt upp á rím. D.I. stendur undir, og tað er Djóni Isaksen, Djóni í Geil. “Føringatíðindi” nr. 20, 17. okt. 1895.

Stefánsson, Davíð frá Fagraskógi: “Gyltalið”, Hans Dalsgaard týddi úr íslendskum,  Varðin 28. bind, 1950.

Thuren, Hjalmar: “Folkesangen paa Færøerne.”, 1908.

Thuren, Hjalmar og Grüner-Nielsen, H.: “Færøske melodier til danske Kæmpeviser”, 1923.

Varðin 6. bind, 1926.

Varðin 28. bind, 1950.

Varðin 41. bind, 1973.

To top

Summary

The play “Jákup sibbi” was first printed in the journal “Varðin” in 1926. The author Hans Dalsgaard (born in 1899) probably wrote the comedy for some literary and musical evening in his native village Skálavík (on Sandoy) in the early 1920’s.

The framework of the play undoubtedly derives from a popular short satirical ballad that was often sung when they danced the Faroese dance. The sole accompaniment to this dance is the human voice. Verbal accounts have it that the main character of this ballad might be a historical person known to have been a farmhand on the island Svínoy (one of the northern islands) late in the 18th century.

The story of the ballad (and the play): When some wild youngsters have stolen a sheep’s carcass and a sheaf of corn from Jákup and his wife, he decides to go to the authorities to charge them. At the sherif’s the Danish priest is visiting when Jákup arrives, and the mixed Danish/Faroese conversation between the two of them results in some hilarious misunderstandings that undoubtedly have entertained the frustrated and suppressed audience enormously. At the same time these scenes underline the absurdity of forcing an entire nation into speaking a foreign language. Faroese was not legally permitted in the Faroese school until 1938 nor was it permitted in the Faroese church until 1939.

To top