Magnus
Rasmus C. Effersøe
Sjónleikur í trimum pørtum.
Leiktur fyrstu ferð í 1892
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis
Tey leikandi
Eyðun, bóndi í Elvustovu í Hesti
Ása, dóttir hansara
Guðrun, omma hennara
Sunnuva, arbeiðskona í Elvustovu
Dølgar, gamal drongur
Elsa, dóttir bóndans uppi í Stovu
Brita, arbeiðskona uppi í Stovu
Magnus, sonur bóndans uppi í Búð í Koltri
Mikkjal Jógvansson, bóndi í Lamba
Sakaris Tormansson, løgmaður
Billa, klók kona
Jørgen Då, danskur krígsmaður
Claus Menschenschreck, kommandantur á Skansanum
Schnell, sveinur hjá honum
Bruce, sjórænari
Havfrúgv
1. og 2. partur í Hesti
3. partur í Havn
Fyrsti Partur
Í Elvustovu. Gamla Guðrun.
Mikkjal (kemur inn).
Góðan dag! Takk fyri seinast! (Heilsar).
Gamla Guðrun.
Góðan dag! Fá tær sess. (Vísir á hásætið).
Mikkjal.
Takk! Eg fái sitið. Eg veit ikki, um eg eri kendur?
Gamla Guðrun.
Fullvæl kenni eg Mikkjal Jógvansson úr Lamba. Eg eri ikki enn so dølsk, at eg ikki minnist, at tú gisti her í fjørvár, tá ið tit høvdu sett upp hin ódnardagin, tit vóru úti á Grynnu.
Ása (kemur inn).
Góðan dag! (Nígur).
Mikkjal.
Góðan dag! (Hyggur gjølliga at henni).
Guðrun.
Set fram mat!
Ása (fer í kovan, tekur rómastamp og dríl og setir fram og fer so út).
Guðrun.
Hvaðani av gudsgarði kemur tú í dag?
Mikkjal.
Eg komi heiman av Sandi. Eg var í Húsavík til at vita, hvussu uppsitari mín stendur fyri jørðini, hann hevur í hondum, og av tí at tað var ókyrt fyri eystan, gekk eg heim á Sand og fekk mær bát út í Hest. Tað kundi borið á, at eg fekk útrættað einihvørji smávegis ørindi á somu leið. Dagurin líður so væl, at tað er ikki hugsandi um at koma heim til sín sjálvs í kvøld. Kanska at eg kundi verið hýstur her í nátt?
Guðrun.
Sonur mín er ikki við hús; tó kann eg svara fyri hann. Hann er ikki vanur at útihýsa nøkrum og minst slíkum manni, sum tú ert.
Elsa (kemur inn, heilsar Guðrunu).
Góðan dag, omma! - Góðan dag! (Nígur fyri Mikkjali). Hvar er Ása?
Guðrun.
Hon fór út undir lækjuna, eg hugsi, hon verður skjót aftur. (Við Mikkjal). Hvat tíðindi sunnan?
Mikkjal.
Har sigst at hava verið ófriðarskip fyri Dali í gjár. Teir taldu 30 menn á tí og hildu tað vera skotar ella írar.
Guðrun.
Tað vóru ikki smávegis tíðindi, helst fyri meg. Koma teir higar, veit eg ikki, hvat av mær skal verða. Onkuntíð var eg fitt á fótum, men nú orki eg ikki at rýma burtur at fjala meg.
Mikkjal.
Írarnir eru heldur ikki so ringir sum turkarnir; teir gera ikki gomlum fólki mein, tá ið ikki verður hildið ímóti teimum.
Guðrun.
Hvat tíðindi eru úr Lamba?
Mikkjal.
Har eru eingi stórvegis tíðindi. Tó at húsfólkið er nógv, er tað mær heldur tómligt, síðan konan doyði, og húshaldið er ikki so gott, sum eg vildi ynskt tað.
Guðrun.
Tú mátti fingið tær hústrú aftur í heyst.
Mikkjal.
Ja, tað var gaman í, hevði eg vitað mær einahvørja dámliga og vælvanda gentu av góðum fólki. (Elsa fer út).
Guðrun.
Tað kundi væl verið vegir til og ikki langt burtur at leita. Eg eigi tvær sonardøtur á tjúgunda ári. Tær eru báðar líka dugandi í øllum, sum kvinnu sømir at kunna, og ódámlig er hvørgin teirra. Eg meini, eg tori at bjóða tær, hvørja tú vilt hava. Hin fyrra, ið inni var, er Ása, dóttir Eyðuns, og handa, ið nú fór út, er Elsa, dóttir Kolbeins son mín. Onnur er meiri spaksint enn hin, men hinari stendur til at fáa meiri ogn.
Mikkjal.
Eg fari at taka við, sum boðið er, hugsi eg. Ognina ræður tað minni um, alla ta stund eg eri meir enn sjálvbjargin í tann máta; tó kemur tað mær fyri, at á so stórum garði, sum hjá mær er, hóskar best eitt, sum er ilt og raskt. Eru tær so líkar, sum tú sigur, so fari eg helst at velja ta, sum hevur tað vakrara snáldrið.
Guðrun.
Spell var, at Eyðun ikki var við hús. Tó kann tað væl vera líka gott, at tú sært teg um uppi í Stovu fyrst, tí eftirráð eru sjáldan góð. Eg fari at ragga niðan við tær. (Tey fara).
Ása (kemur inn, tekur snælduna og fer at kvøða).
Børnini gráta á foldum . . . (ørindið út).
Elsa.
Hví kvøður tú so syrgiliga? Annað hugnaligari mátti verið hjá tær at hugsa um. Hevur Magnus ikki kyst teg blíða í gjárkvøldið, ella tykir tær, at eystfallið linkar ov seint í kvøld?
Ása.
Hvat liggur mær á eystfallinum?
Elsa.
Vilt tú hava meg til at trúgva, at tú gongur norður á Boga at vitja sjódregil ella marmennil, sum Dølgar hevur sæð svimja um sundið, tá ið hann sat hjá neytum á oynni í gjárkvøldið. Brita sá teg koma norðaneftir í dimmalættingini.
Ása.
Góða Elsa! Royn at fáa Britu til at vera tigandi, um hon kann gruna okkurt, so skal eg sjálv tala við Dølgar. Tú veitst, hvat útstand eg fái við ommu og pápa, um tey frætta, at eg og Magnus finnast á loyndum.
Elsa.
Tann hjálp, eg kann gera tær, skal ikki verða spard, men eg haldi hetta vera ólíkindi, tit hava fyri. Hevði eg ein biðil, skuldi eg væl rátt honum frá at vága lívið við at svimja so langa leið í opnum havi. Um hann er so sterkur og dugandi, at streymurin ikki tekur hann av lagi, so er annar vandi fyri hond. Ferðast ikki stórhvalir og onnur illdjór í sundinum? Sjódregil og marmennil og onnur óvætti halda til í sjónum, sum vit vita. Ella hvat sigur tú, um havfrúgvin fær hug á honum og tekur hann við sær!
Ása.
Tig, Elsa! minnist tú ikki, at mamma lærdi okkum, at tað illa ikki hevur veldi yvir okkum, tá ið vit skikka okkum væl og geva alt upp í Harrans hond?
Elsa.
Ja, men er tað so vist, at mamma tín vildi sagt, at hesin atburður var at skikka sær væl. Heldur tú, at tað er at æra faðir og móður?
Ása (setist at stúra).
Elsa.
Lat nú hetta vera, sum tað vera vil, og gerið tit, sum tit halda vera beint. - Eg hevði stór tíð- indi at siga tær. - Tú veitst, at Mikkjal í Lamba er her. Hann hugsar nú um at fáa sær vív á øðrum sinni. Tó at eg visti, tað ikki var beint, lurtaði eg uttan fyri gluggan og hoyrdi, at omma beyð honum sonardøtur sínar. Hann tók við og helt fyri, at hann vildi kjósa sær ta, sum hevur tað vakrara snáldrið.
Ása.
Eyeyameg! Til lukku við fríggjaranum! Eg sá hann í áðni. Hann er ikki ódámligur. Eg hugsi, tit fara at hóska væl saman.
Elsa.
Ert tú býtt! Eru vit at hópalíkna til vakurleika? -- Og segði hann eisini, at hann líka fegin tók eitt, sum var ilt og raskt. Mundi tað so vera eg ella tú?
Ása.
Ja, so óttist eg fyri, at hann meinar við meg; men mær fær hann einki av, um so hundrað ommur og pápar vilja tað.
(Sunnuva og Brita koma inn.)
Sunnuva.
Hava tit hoyrt, at ófriðarskip er komið til landið? Brita hoyrdi hin ókunnuga mannin siga tað uppi í Stovu. Tað eru turkar úr Írlandi, sum hvønn vikudag hava fólkakjøt til døgurða. O! sum eg ræðist teir; tað krýpur í mínum kjøti, tá ið eg hugsi um, at teir kunna koma higar!
Ása.
Nú er tað rætta svassið á tær. Tað eru írar og ikki turkar, sum búgva á Írlandi, og heldur ikki eta teir fólkakjøt.
Sunnuva.
Harrin kennir øll hesi ókunnugu londini, eg kenni tey ikki. Eg eri, sum Dølgar sigur, eitt av teimum, sum hava etið meir, enn tey hava sæð.
Brita.
So er, sum Sunnuva sigur. Mikkjal í Lamba sigur frá ófriðarskipi, ið hevur verið fyri Dali; men eg ræðist teir ikki so illa. Óvist tað ikki hevði verið líka stuttligt at verið tikin av floksmonnum sum at sita her í Hesti, til mosi grør á hvørjari tonn. - Gamla Brenda, sum er hjá løgmanni, hevur havt fríggjara av einum ófriðarskipi. Hann hevði givið henni gullketu, sum hon goymir í handraðnum. Hon vísti mær hana ein dagin.
Elsa.
Tú mátti skammast, Brita. Tað er ikki fyri kristið fólk at ynskja seg í hóp við floksmenn og illgerningsmenn. Lat okkum nú ikki hugsa um ófriðarskipið, men heldur til stuttleika hjálpa Ásu at spinna. (Tær taka snældu og ull at nappa).
Dølgar (kemur inn).
Hetta verður dagur í viku! Tey siga, at tað ikki eru turkar, men blámenn!
Sunnuva.
Hvat sigur tú? vágamenn! Nei, tað skal eg taka fyri, at teir koma ikki higar at ræna.
Dølgar.
Óreina dylhøvur! Eg segði ikki vágamenn, men blámenn, ófriðarkroppar sunnan av Blálondum. Teir eru 10 ferðir verri enn turkar, eftir hvat eg havi hoyrt og lisið um teir.
Sunnuva.
Hevur tú lisið um teir? Sig okkum so nakað frá teimum.
Dølgar.
Ja, tað skal eg. Blálond eru langt sunnan fyri Føroyar, so sunnarlaga, at sólin stendur beint yvir bollanum á fólkinum, ja, tað sigst, at sólin kann vera norðan fyri teir.
Sunnuva.
Nei, tað ber ikki til; tí so kann eingin vita, hvussu fram er.
Dølgar.
Tað ger vist tað sama fyri teg, tí tú dugir ikki á at skyna sólini, ið hvar hon er.
Sunnuva.
Jú, meir enn so! Eg veit, hvat fram er á sólini bæði á nátt og degi.
Dølgar.
So veitst tú betur enn Týga Brá; tí hann kann ikki síggja sólina á nátt.
Sunnuva.
Eg hyggi at sólini um dagin og stjørnunum á kvøldi. Tað veit eg, at tá ið Stóraskarð er í sólini á degi, so er nón, og tá ið Rokkur Mariu og Sjeyskjúrtan eru føst í Halanum, so er væl yvir midnátt, og eg kann á at skyna bæði klokku og tímaglasinum uppi í Stovu.
Dølgar.
Hvussu ber tú teg tá at?
Sunnuva.
Tímaglasið rennur eina økt fulla um miðjuna, tað veit eg, og tá ið lítli pinnur á klokkuni peikar móti glugganum, og stóri pinnur gleivar móti mær, so er klokkan yvir hálvga middag.
Dølgar.
Tað er vorðið sum skøltur og góður, ið tú hevur, at kunna goyma so nógv í honum!
Sunnuva.
Eg veit, at øll reka meg á spott, og tú veitst meir enn so; sig okkum eitt sindur meir um Blá- londini.
Dølgar.
Tað skal eg; har er so heitt, at har rýkur bæði sandur og øska av hita; eingin kann hava klædnatrevil uppi á sær, men øll mugu ganga sum Ádómur á sinni. Tað er munur á har og í Íslandi. Tað segði hin íslendingurin mær, ið eg hitti í Kirkjubø, hin sum, tit vistu, var keyptur aftur frá turkunum; í hansara heimlandi frysta íðuliga geislar burtur úr rygginum á heidnum og kristnum. - Teir eta hvør annan frá hond, og alt tað gamla, sum ikki orkar at fylgja flokkinum, fær øksina í heysin, men etið verður tað ikki, tí tað er so seigt. Ja, Sunnuva, so gongur til á Blálondum; og eru teir so ikki verri enn turkar ella fransar?
Sunnuva (ristir við høvdinum). 20 ferðir!
Elsa.
Dølgar, sig okkum eitt sindur frá tí, tá ið fransarnir og turkarnir vóru her í Hesti seinast.
Dølgar.
Tá gekk óreiðiliga til; alt, ið orkaði at ganga, flýddi á Hæl ella niðan á Oyggj, og allar bú-nyttur vóru bornar í tann stóra skortin norðuri í Gjógv, sum tey tí kalla Fransaholið. Ja, Sunnuva! Varða teg væl um teir koma, tí teir skóru júgrið av eini kúgv, sum stóð úti við Leiðisgarð.
Sunnuva (leggur báðar hendur fyri bróstið á sær).
O, o, høvdu teir bara ikki fingið fatur á mær!
Dølgar.
Eg vænti teir ivaleyst at koma; tí havi eg lagt mær 3 hólgar fyri dyrnar, og teir ætli eg at bera við mær í Fransaholið, og koma ófriðarkropparnir eftir mær, so verji eg meg við gróti, sum teir gomlu gjørdu á sinni. Teir raktu ongan í fyrstuni, men síðani tóku teir sær fyri at rista kross á hvønn stein, ið oman varð rullaður. Tað hjálpti; tveir menn kroystust alt fyri eitt, og hinir tóku til beins. Teir báðir, ið doyðu, liggja grivnir norðuri á Fransatoftum.
Elsa.
Dølgar veit frá øllum at siga.
Dølgar.
Tað er ikki so løgið; eg havi verið húskallur í Koltri -
Brita
- og lítið gjørt uttan etið lírar.
Sunnuva.
Eta tey lírar?
Dølgar.
Ja, tað smakkar betur enn so.
Sunnuva.
Hvar livir tað?
Dølgar.
Í bjørgum.
Sunnuva.
Eg hugsaði tað! ólíka man tað vera, ið grasið bítur; tað var ikki eiti.
Elsa (við Dølgar).
Heldur tú, at tú ert blivin so vitugur av at eta lírar?
Dølgar.
Nei, mesta vitið havi eg fingið úr Kalindáriuni.
Sunnuva.
Hvat er tað?
Dølgar.
Tað er ein bók, sum Týga Brá hevur skrivað. Hon er við reyðum støvum og full av gandi.
Sunnuva.
Hevur tú so lært nakran gand úr henni.
Dølgar.
Ikki er tað minni enn einki. - Eg átti at farið at gandað kvørnina hvassa.
Sunnuva.
Fást ikki við! Vit kunna mala uppi í Stovu; eg mali ikki aftur hvørki á Sjúrða í Kova ella Jákup á Lofti; tí Sjúrður kleimist so illa í hondunum, og Jákup gongur undir eldinum, so at hann er tvær ferðir tjúkkari, tá ið hann kemur út, enn tá ið hann fór inn.
Dølgar.
Tað skal eg siga av sonnum, at Sunnuva kann duga til matmóður í Lamba; men bara tað ikki gongur tær har, sum tá ið tú fyrstu ferð lá nátt í Hesti.
Elsa.
Hvussu gekst henni tá, Dølgar?
Dølgar.
Býtt hevur hatta altíð verið. Tá ið fólk fór upp - tað var sjálvan jólamorgun - liggur hon øvugt í seingini; ólukkudýrið hevði tá havt dýnuna til høvdalag og koddan oman á sær. Hon var tí so køld, at tað skramblaði hvør tonn í heysi.
Sunnuva.
Tú skalt altíð standa uppmálaður sum tramin á mánaskalla. Visti eg ikki so miklan fólkaskikk, at eg skuldi leggja meg við høvdinum á útnyrðing og fótunum á landsynning, soleiðis lærdi mamma okkum, og hon er ein klók kona; tí hvønn morgun koma nærum øll havnarfólk at spyrja hana, hvat tað hevur at týða, sum tey hava droymt um náttina, og eg eri ikki býtt heldur, tí øll siga, at eg líkist henni. Tú, Dølgar, skuldi heldur sagt frá tær sjálv- um, hví tú hevur hatta skarðið í nevinum.
Dølgar (strýkur sær um nevið).
Tað varðar ikki um.
Sunnuva.
Jú, tað varðar um, tí tú ert altíð so dittin at siga frá mær. (Við hinar). Eg skal siga tykkum. Tá ið hann var í Koltri hevði hann ein dagin tægað út av lagi lítið av ull, og bóndakongurin settist tá í hásætið í reyðari stimatroyggju og dømdi hann til at setast í bønhúsið fyri leti sína. Men hann var so ringur, at hann stjól ein turran steinbít av hillini í durunum og stakk hann upp undir troyggjuna. Tá ið hann so sat og át, meðan bóndakongurin kom at lata hann út seinri, varð hann so skakkur, at hann rendi uggabeinið í nevið á sær og skræddi tað.
Dølgar (ilskur).
Hav tú ein hund, Sunnuva; hatta bað eingin teg koma við nú, tað er so langt síðani.
Sunnuva.
Longri er síðani, eg hevði koddan á mær.
Dølgar (heldur spakari).
Íðan, lat tað so vera.
Elsa.
Haldið nú frið, so lærir tú, Brita, okkum hina rímuna, sum løgmanskonan lærdi teg. Tú veitst.
Brita (kvøður).
“Har komu tveir biðlar í ein garð ...”
Hinar (taka undir niðurlagið).
Guðrun.
Hvat ljóð er hetta? og hvør hevur havt boð eftir uttanhýsis fólki til at gera okkara arbeiði? Tað mátti verið líkligari, at hvør gjørdi sítt.
Elsa.
Eg beyð mær at hjálpa eina løtu til stuttleika. (Elsa og Brita fara).
Guðrun.
Tú, Ása, mátti verið ov gomul til at havt slíkt fják fyri. At seta seg á alljósum degi at kvøða hesar ólukksáligu vísur, sum ikki tjena til annað enn at gera ungar gentur ørar og óskikkaðar til at ansa húsi og heimi. Hetta eru fruktirnar av øllum tí, mamma tín hevur prentað inn í teg av søgum og óhentum vísum. Tú ert tí so hoyrilig, sum tú ert.
Ása.
Mamma hevur ikki lært meg annað enn gott; og hevði hon livað, vildi eg fegin verið henni hoyrilig. Eg veit, at hon hevði hugsað meiri um, hvat ið kundi verið mær til gagn og lukku, enn um at hevna seg sjálva og lata gamalt slektarhat ganga fram fyri alt.
Guðrun.
Tig tú! Betur man eg duga á at skyna, enn tú heldur. Sjáldan kemur dúgva úr ravnseggi, og ymist mundi tað verið, um tú leingi bleivst fegin, hevði tú fingið Magnus. Tví! hatta slagið er ikki gott at taka upp á tunguna.
Dølgar.
Sig heldur, at slagið er ov gott til at vera tikið upp á skarnstungu tína. Tað eru bæði Ólavur og sonurin betri fólk, enn tú nakrantíð hevur verið. Ikki mundi tú halda slagið vera so vanvirðisligt, tá ið tú hevði nálg á gamla Magnusi á sinni.
Guðrun.
Heldur tú slagið vera so gott, tá er tað løgið, at tú ikki roynir at koma tær aftur til tað slagið. Her mundi fáur saknað teg, búrkroppur og skræðugákur sum tú ert.
Dølgar.
Onkuntíð var hesin gamli hildin at vera mætari niðan fyri hálsvølugeislan, og so leingi havi eg tænt her í húsinum, at bóndin man ikki fara at reka meg á dyr. Kundi eg so liva tann dag, at eg slapp at hálva pott yvir høvdið á tær, tá ið tú ikki sleppur at sjálvdoyggja, so hevði mítt gamla hjarta alla ta gleði, eg ynski mær.
Eyðun (kemur).
Eg meini, hin gamli er gruggutur.
Guðrun.
Hvussu leingi vilt tú, at eg skal tola, at húsfólkið vanvirðir meg og heldur meg fyri háð og spott?
Eyðun.
Hvør er tað, ið gloymir, hvør ið húsmóðir eigur at vera?
Sunnuva.
Góði bóndin, verið ikki óndur! Eg havi ikki verið óargalig.
Eyðun.
Ja, armingin! Vóru øll slík friðardýr, sum tú ert, tá var lítið stríð í Elvustovu. Tú, Dølgar, má royna at temja tína tungu, ella sita vit báðir ikki leingi um sátt. Far mær nú niðan í Stovu og ber mær fuglin, ið liggur har í túninum, oman í hjall. (Dølgar fer).
Guðrun (við Eyðun).
Tú hevur ikki fingið í lag at høgga kvørnina, so hon kleimir kornið so illa, tí er tað best, at Ása og Sunnuva fara niðan í Stovu at læna kvørn. Tit kunnu taka tveir kannubærar úr binginum. (Tær fara). Her er komin gestur í dag, Mikkjal í Lamba, og hann er ikki rættiliga ørindaleysur. Hann hevur biðið um Ásu. Hvat sigur tú um tað?
Eyðun.
Ikki veit eg. Nei vildi eg tregið sagt honum. Tó var tað mær líka gott at fingið ein dótturmann, sum kundi búsetst her hjá mær. Óvist hvussu leingi eg orki at standa fyri garðinum, og tómligt verður mær at sita einsamallur í búnum.
Guðrun.
Eg haldi, tú mátti ikki ivast í hesum, um tú unnar dóttur tíni góða framtíð. Eg eri í dag komin eftir nøkrum, sum vísir, at tað er fyri neyðini at fáa hana gifta sum skjótast. Óforvarandi fekk eg at hoyra nøkur orð, sum fullu millum Britu og Elsu, og aftur at tí, ið Dølgar segði frá marmenlinum, fái eg so mikið út av tí, tá ið eg stavi og leggi saman, at sonur rakbóndans uppi í Búð hevur tikið sær fyri at svimja um sundið, og Ása gongur norður á Boga til at finna hann á loyndum. Eg ivist ikki í, at hann man fara at koma aftur í kvøld, og var eg í tínum brókum, tá skuldi øksin verið blóðgað, heldur enn at hann skuldi komið saman við Ásu aftur.
Eyðun (loypur á føtur).
Hart er tað mær ímóti, at tey hava slíkt fyri, tó haldi eg hetta vera ring ráð. Illa man tað hóska saman við ta trúgv, ið nú er ráðandi í landinum, at taka lívið hvør av øðrum, helst fyri so lítið, sum okkum stendur ímillum.
Guðrun.
So? tað heldur tú vera lítið, at verja títt egið kjøt og blóð! Nei, sig heldur, at tú ert ræddur, so at tú ikki torir at herja á rakbóndasonin. Illa havi eg so lagt í beinini á tær. Ikki var tað mín akt at ala teg upp við kálvahjarta, so at tú ikki skuldi troysta tær at hoyra blóð nevnt.
Eyðun.
Eingin hevur fyrr sagt, at Eyðun er ræddur; tó at eg higartil havi roynt at ganga teir vegir, sum eg kann ganga við góðum samviti. Heldur tú sjálv, at eg gjørdi beint í at fylgja tínum ráði? Hvussu verður vorðið í landinum, tá ið hvør skal taka seg sjálvan til rættis?
Guðrun.
Ja, hvussu verður vorðið í landinum? Hvussu stóð ikki væl til í fornum tíðum, tá ið børn meiri virdu síni foreldur. Og stóð ikki nóg væl til í bispatíðini, tá ið sama lag galt. Um tað so eru hesir nýggju prestarnir, so læra teir, at tú skalt æra faðir og móður, um tú vilt liva væl og leingi í landinum. Bæði tú og hústrú tín hava givið Ásu ov langar teymar, so nú man hon ikki vera góð at boyggja. Tí haldi eg, at stundin er inni, at tú kanst bøta tað, ið áður er brotið.
Mikkjal (kemur inn).
Góðan dag! Takk fyri seinast. (Eyðun og hann heilsast).
Eyðun.
Ver væl komin! (Fer í kistuna og skeinkir upp í steypið, smakkar á og gevur Mikkjali).
Mikkjal.
Hetta er ikki av Rostockølinum hjá keypmanninum í Havn. Tað er frammi undir at vera líka sterkt sum tað, eg fekk sendandi frá bóndanum við Neyst, sum hann hevði funnið á farmaskipinum, ið kom rekandi á Hvalbiareiði. Eg havi eitt sindur av tí við mær, um tú vilt smakka. (Hann fer í klæðsekkin og býður Eyðuni).
Eyðun (drekkur).
So gott slag havi eg ikki at bjóða, og tað harmar meg, at eg ikki fái verið so blíður, sum eg vildi.
Mikkjal.
Tað sigst ikki annað, enn tú ert blíður. Eg vildi fegin, at tú hevði komið og vitjað meg í Lamba, so at eg kundi víst tær, at eg ikki eri burturblíður. Gongur tað í lag, sum eg orðaði við móður tína um, so vænti eg, at vit finnast tíðari hereftir.
Eyðun.
Víst skal tað koma í lag. Tað lovi eg tær við hond og munni, at eg skal vera mágur tín, tí betri dótturmann kann eg ikki fáa.
Mikkjal.
Eg lovaði Kolbeini at lata hann smakka hetta fransavínið. Tað er líka gott, eg fari niðan alt fyri eitt. (Hann fer).
Eyðun (hugsar eina løtu).
Eg ætli, at eg fari at fylgja tínum ráðum í hesum sum í øðrum. Tó berst tað mær fyri, at eg fái manga tunga løtu eftir hesa gerð. - Eystfallið fer nú at linka so væl, at eg má ikki drála ov leingi, um eg vil forða honum á sjóvarklettinum.
Guðrun.
Lat hann heldur sleppa upp á land, so at tú kanst náa honum, áðrenn hann heldur av aftur.
Eyðun.
Lítið batar tað honum at venda aftur. Tað er so nær harðastu mysing, at útferðin má taka hann, um hann er komin inn um sundið við kyrrindum. Grísarnir fara at snorka í kvøld, at tað hevði hildið hart hjá mannaðum báti at andøvt. (Hann tekur øksina, skoðar eggina og fer yvir til)
Guðrun (sum strýkur blaðnum og sigur): Enn er røkiskapur í Elvustovu!
Eyðun (heilsar henni og fer síðani út).
Guðrun (sigur aftan á hann):
Styrki teg santa Ólavur kongur! - Lat hvønn, ið vil, hava sín kærleika og onnur rørilsi, sum prísast í rímum og søgum. Hevnd haldi eg vera tað søtasta rørilsi, sum ongantíð kólnar ella doyr út. Hvat kann betur halda mær uppi enn vónin um, at hatta forbannaða slagið má slettast út av jørðini í skomm og armóð, áðrenn eg lati míni eygu aftur á síðsta sinni. (Hon setir seg afturá í sessinum og blundar).
Annar partur
Gjógvin. Eyðun. Magnus.
Eyðun (við øks í hond).
Her kemur eingin livandi á land. Hevur nakar ørindi í Hesti, so kann hann leggja at landi har, sum lendistøð hevur verið av gamlari tíð. Tann, sum tekur loyndarvegir, man ikki hava nøkur góð ørindi.
Magnus.
Míni ørindi munnu ikki vera duld fyri tær, eftir sum tú stendur soleiðis útgjørdur fyri mær, men higartil havi eg onga skomm gjørt mær, teir vegir eg havi gingið. Neyðugt vildi eg biðið nakran um náði, tó vil eg biðja teg leggja hvat treytir á meg, sum tú vilt; eg haldi meg hava evni til at útrætta alt, sum mannaverk kann eita, um eg harvið kundi vunnið dóttur tína.
Eyðun.
Nei, eg havi ongar aðrar treytir at leggja á teg, enn at hetta skal vera tín síðsti dagur, og tú veitst, at tað, ið Eyðun bóndi hevur sagt fyri vist, tað hevur ikki grottið higartil.
Magnus.
Lítla æru manst tú hava av at forgera verjuleysum manni, og enn minni gleði manst tú fáa í framtíðini av hesum verki. Tú kennir dóttur tína so væl og veitst, at hon hevur so lagt allan sín hug á meg, at hon man fáa onga glaða stund, um tú noyðir hana til at hava annan mann.
Eyðun.
Mínum verki og míni dóttur fari eg sjálvur at svara fyri, og tað man vera hentast ikki at hava fleiri orð um hetta. Vilt tú ikki noyða meg til at blóðga øksina, so halt av, meðan eg gevi tær grið.
Magnus.
Heldur vil eg søkka í havið enn doyggja undir tínum hondum. Troystar tú tær at bera mína heilsu til Ásu, so sig henni, at vestfallið hevur forgjørt mær. (Fer).
Eyðun (hyggur eftir honum).
Nú kemur hann ikki aftur á land. Evnagóður drongur var, og ov góður so at fara; men nú er tað so komið og má so vera. Enn má galda hitt gamla orðið: “Antin er landslóg at halda ella av landi rýma”. Hví vildi hann tá taka sær dóttur mína móti mínum vilja? - Enn svimur hann. Nei, nú vil eg ikki hyggja eftir honum longur. (Fer).
Havfrúgv. Ása.
Havfrúgvin (kvøður).
Ilt er at leggja ást við tann,
ið onga leggur ímóti.
Fevnt havi eg so mangar sveinar
brádliga lív teir lótu.
Sárt er mær hjarta í barmi,
tyngist av trá og harmi;
mangur lá mær deyður á armi;
kossar gav eg - ongar fekk –
sárt er mær hjarta í barmi.
Hvar eg mær vendi, má sorgin mær fylgja,
vónleys og myrk tað er mín tunga leið;
stormur meg pínir og brúsandi bylgja;
:,: Magnus, mín Magnus! :,:
Tú kanst meg fjálga, men tú vilt tað ei.
Tú kanst væl gleða teg á sjógvi og landi:
kletturin harði ei forðar tær.
Eg eri bundin her, tað er mín vandi,
:,: Magnus, mín Magnus! :,:
O, hoyr nú meg: kom og verð tú hjá mær!
:,: Kom og verð tú hjá mær. :,: (Hvørvur).
Ása (kemur).
Eingin Magnus! - Hví er hann ikki komin? Hevði tað ikki verið so illa, sum Elsa bar upp á mál. Tað kemur ein merkilig órógv á meg, eg gruni einki gott. (Setist at stúra).
Havfrúgvin (kemur hóvliga upp og kvøður).
Fløtur fríðar og dalir
tílíkt nevnist á jørð;
eg nevni mínar salir
hav og sund og fjørð.
Mær tæna blíðir álvar,
bera skrínini full,
hundraðtals vakrar bjálvar,
dýrar steinar og gull.
Gull á gólvi man glitra,
silvur skínur í høll;
sjáldsamir vøkstrir titra,
og prýdd er borgin øll.
Glitrandi gyltir tindar
og takið fagurt blátt.
Kertur av álvum kyndar
mær lýsa dag og nátt.
Dagar langir mær gerast;
her heldur harmur til.
Fríur fiskurin ferðast,
sveimar, hvar hann vil.
Stríður streymur í sundi
fer frítt um mína borg;
hjarta mítt tað er bundið
við trá og sút og sorg.
Lítið troystar meg silvur og gull,
krystallir og perlan hin bjarta;
um borgin øll er av dýrgripum full,
tað kann ikki svala mítt hjarta —
tað brúsandi bál, sum havsdýpið ikki kann køva.
Og um eg má vera altíð ung
og framsýnt og fremst í viti,
eydnan er mær ei minni tung,
so sorgarbundin eg siti:
ei vón og vit, ei vakurleikin meg troystar. (Hvørvur).
Ása
Tað boðar sjáldan gott, tá ið havfrúgv vísir seg fyri fólki. Nú eru mínir glaðu dreymar endaðir. (Kvøður).
Eg gleddist við smálomb og blómur í líð,
eg gleddist við heyst og við háveturstíð;
tí summar og vár mær í huganum var,
:,: og Magnus var vónin og várið hjá mær. :,:
Eg gleddist á morgni við mortítlings ljóð,
eg gleddist við vinfólk, sum vóru mær góð;
eg gleddist við alt, sum á foldini er;
:,: alt gleddi meg tvífalt, tí Magnus var her. :,:
Og sólin, sum strálandi søkkur í kav
og roða útbreiðir á land, yvir hav,
og bylgjur, sum leika sín vakrasta leik,
:,: tað var alt sum einki, um Magnus meg sveik. :,:
Mín gleði, mín Magnus, hví drálar enn tú?
Hví kemur tú ikki at troysta meg nú?
Tú svíkur meg ikki, tað veit eg so vist.
:,: Mín Magnus er deyður, eg havi teg mist. :,:
Havfrúgvin (kemur aftur)
Hoyr, systir á landi! tú syrg ikki so;
- eg vil einki fyri tær dylja,
tín biðil hann livir - hann sendir tær boð,
alt gongur væl eftir tínum vilja.
Tá ið sólin er sett fýra ferðir í hav,
og mánin í eystri man vaða,
í Havnini finnast tit - meir verður av,
har fáa tit stundina glaða!
Ása (hugsandi)
... fýra ferðir í hav ... Í Havnini fáa vit stundina glaða. Nei, eg kann einki trúgva av hesum, sum gyklar seg fyri mær. Eg veit einki uttan tað, at Magnus er burtur, og her verður so dimmligt og kalt. (Stúrir aftur, kvøður so).
Tú kemur ei her niður
til myrkur, hat og stríð;
hjá tær er ljós og friður,
ei metist rúm og tíð.
Ja, Magnus! sterki, góði,
sum farin er frá mær,
teg gleðir einglaljóðið;
nær kann eg fylgja tær?
Triði partur
I.
Clavs (gongur og drívur, veipar við svørðinum og stingur tað aftur í slíðran. Rópar). Schnell! Hei, donnerwetter, Schnell!! (Trampar). Potz tausend dyvel, Schnell!!! (Meðan hann drívur burtur frá durunum, kemur)
Schnell.
Hr. kommandant!
Clavs (gongur og trampar).
Schnell.
Wohlgeborne hr. kommandant!
Clavs (trampar enn verri).
Schnell.
Hochwohlgeborne hr. kommandant!
Clavs (fer øðisliga ímóti honum). Kan han da ikke straks kommen!
Schnell.
Ja wohl, hochwohlgeborne hr. komman . . .
Clavs.
Bring fort et glas schiedam!
Schnell (loypur út og kemur skjótt aftur við einum glasi og gevur honum).
Clavs (drekkur og sigur).
A-h-h! Når jeg den smager, kommer mig i hu, da jeg var i Schiedam og spaniolerne belagde staden. Da siger den berømte hollandske general Hugo Grotius til mig: “Hør, du min gode ven Clavs,” siger han, “ser du den kanon der midt i den spanske hær? Den skider snart vor gode stad i brand. Kan du ikke gøre den uskadelig?” Ich spændte da mein styrkebælte og sprang midt udi den spaniolske hær og tog den kanon på nakken. De spaniolske blev så betut, at de ikke kunne gøre andet end se på mig, så alt havde gået vel, om ikke den hollandske jord havde været så blød, at jeg ved hvert skridt trådte i til op over knæerne. Da jeg kom tæt til porten, sank jeg i til bæltet, men for at spaniolerne ikke skulle få kanonen, kastede jeg den op på volden til Hugo Grotius. Nu sagde den spanske general til sine folk: “Stinkadores infamos ypesor pesetas Habana.” Det vil på dansk sige så meget som: “Tag mig den kæmpe, som sitter fast i den morads, men tag mig ham levende.” Straks kom et hundrede spaniolske adelsmænd for at tage mig. Jeg holdt da en tale for dem på hollandsk, som begyndte således: “Schietmaas, Manille Yas Karnüffel Maatschappy van Dyvelsdrek Jan wola.” Det vil sige på dansk: “En imod manden og to imod fanden.” Så svarede spani- olerne mig: “Onza, Doza, Treza, Quarta, Quinta, Seza.” Det vil sige: “Vi ere riddersmænd og ville ikke have nogen ubillig fordel. Da du er våbenløs, give vi dig denne Korduans klinge.” Nej, siger jeg, våben vil jeg ikke have fra eder. Kom kun an een ad gangen. Da den første kom frem, sendte jeg ham så bistert et øjekast, at han faldt som død for min fod eller rettere for mit bryst; thi nu sad jeg i sumpen til midt på brystet.
Schnell.
Ikki hevði eg trúð, at nakar kundi verið so hvassoygdur.
Clavs.
Vil du da se, hvordan min blik er, når jeg kun er halv så bister som da. (Hyggur hvassliga at Schnell).
Schnell (gnístir og smellur sum fyri kúluni. Rutlast skjótt við og eymkar seg smátt).
Clavs.
Således kom den ene af spaniolerne efter den anden, men alle 100 bleve trufne af min bistre blik, så at der til sidst lå en stor høj omkring mig. Ved at lægge hænderne på disse kroppe, fik jeg svunget mig op og kom lykkelig indenfor Schiedams stadsmur. Da sagde general Grotius til mig: “Godt, min søn! så længe Schiedam står, skal hvert barn mindes, at Clavs Menschenschreck har reddet staden.”
Schnell.
Her er nakar uttanfyri.
Clavs.
Se, hvem det er.
Schnell (er skjótur inn aftur).
Her er ein maður úr Vestmanna við brævi til kommandantin. Hann sigur, at 2 donsk herskip hava tikið eitt ófriðarskip úr Írlandi, sum var komið inn hagar á havnina.
Clavs (lesur).
Så får man dog den glæde, at slå en basseralle med en ærlig krigsmand. Det kan man trænge til, når man i mer end et år har levet blandt disse verdamt elendiche fiskere og med den nok mer potz tausend elendiche koopmand, der ikke har vare, med hvilken en ehrlich mand kan holde sig den verdamte kulde ude af sin krop i den blitzdonner jammerlich råkalte luft. Var ikke den flamsche Adrian her kommen med sin fad schiedam, so var man vist niederträchtig herunter. - Den Jørgen Då er vist en ehrlich karl, som kan tømme en forsvarlich pokal. - Schnell!
Schnell.
Ja wohl, hochwohlgeborne hr. kommandant.
Clavs.
Fyld den store horn med schiedam og spring so ut og se, om du ikke kan se noget til admiralen i den verdamt elendiche tåge. (Schnell fer). Man må jo her ut at gøre honnør med sine jammerliche knechte. (Fer út).
Jørgen Då (kemur inn og hyggur seg um).
Her var det, jeg skulle finde ham. (Sær Schnell). Hør, svend, er høvedsmanden ej til stede?
Schnell (heilsar).
Hann bað meg fara út at vita, um nakað sást til admiralin.
Clavs (kemur inn og heilsar kurteisliga). Gestrenger Ritter! Forlad, at man ikke modtog eder med skyldig honnør. Brevet kom just nu, og man kan næppe se en hånd for sig i den tåge. Lat mig doch drikke eder til velkomst. (Tekur hornið, drekkur og býður).
Jørgen Då.
Kan man ej få sendt bud efter bonden Ejden Donaldsøn på Hestø og hans datter?
Clavs.
Jeg skal straks sende 4 soldater efter ham. - Schnell, sig til Balsar, Gutte, Niclas og Jasper, at de fare straks. Du ved besked.
Schnell.
Ja wohl, hochwohlgeborne hr. kommandant.
Jørgen Då.
Som I har erfaret af mit brev, har jeg taget en irsk sørøver på Vestmanhavn. 8 af dem faldt, og 14 klyngede vi op i galgen. Resten af dem, 8 i tallet have vi i forvaring. De siges ikke at have gjort sig skyldige i mord eller røveri; men have været nødtvungne om bord på sørøveren. Nu vil jeg bede eder tage dem i forvaring, indtil vi kan få skikket bud rundt om på øerne, om nogen kan vidne noget på dem. - Sørøverne berette, at de på havet syd for Vågø have fundet en ungersvend på et stykke drivtømmer. De toge ham med sig, da de skønnede, at han kunne blive en dygtig stridsmand. Vi fandt ham i lænke nede i sørøver- skibet. Jeg beder eder drage omsorg for ham og have ham således, at ingen får nys om, at han er her.
Clavs.
Som hr. admiralen befaler.
Jørgen Då.
Ungersvenden har en hjertenskær på Hestø. Hendes fader har nok stået ham efter livet og vil ingenlunde give ham sin datter. Nu holder jeg for, at gubben bør holde sin datters jaord her i morgen. Ungersvenden frygter for, at han er ubøjelig, men vi får gøre vort bedste.
Clavs.
Blitz tausend donnervetter! Skal man ikke kunne en so elendich bonde forskrækken! Lad ham min sværd se ok min bistre blich (Schnell, sum stendur beint fyri, smellur), so må han sig takke, om han kan krybe i en mausehol.
Jørgen Då.
Nu drager jeg ombord og sender eder folkene i land; så kan vi i morgen fornemme, hvad bonden vil sige. (Fer).
Clavs (fylgir honum út).
Schnell (hermir eftir honum og sigur) “kribe i et mausehol”. Ja, Eyðun fer vist at ræðast teg yvirhonds (gongur og drívur og braverar líkasum kommandanturin og sær ikki, at)
Løgmaður (kemur inn, smílist við og tekur í herðatoppin á honum).
Ert tú farin at læra teg hálendska eksersering? (Heilsar honum).
Schnell.
Góðan dag, móðurbróðirl Hvussu livst heima?
Løgmaður.
Tað livst væl - og tú livir dúgliga, síggi eg, - er hann sjálvur við hús?
Schnell.
Hann man fara at vera skjótur aftur.
Clavs (kemur inn).
Løgmaður (og hann heilsast).
God dag, hr. kommandant!
Clavs (tekur hornið og býður).
Her skal nok holdes ekstrating i morgen?
Løgmaður
Ja, der skal så. Der er disse sørøvere, der skal stilles for retten og desuden er der nogle andre småsager. - Skal vi følges ad ud til admiralen?
Clavs.
Ja nok. Men så må du, Schnell, passe godt på, medens jeg er borte.
Schnell.
Ja wohl, hochgeborne hr. kommandant! (Teir fara). (Schnell fer út í dyrnar). Kom inn higar, Magnus! (Magnus kemur inn). Tit mugu fyri tað fyrsta ikki orða nakað um, hvør ið higar er komin. Írarnar seta tit í myrku stovu og læsa teir í jarn.
Magnus (og Schnell heilsast).
Góðan dag, skyldmaðurin!
Schnell.
Veitst tú, at Ása kemur til Havnar í kvøld?
Magnus
Kemur hon til Havnar? Tá mást tú lata hana vita av, at eg eri her.
Schnell
Tað skal eg, um tú vilt siga mær, hvar ið hon heldur til.
Magnus
Hon er von at halda til hjá gomlu Billu, mommu Sunnuvu, sum tænir í Elvustovu.
Schnell
Nú fer at vera so seint, at tað er tíð hjá fólki at koma sær til hølis. Tú fært ligið her á beinkinum. Vilt tú hava rekkjuváð, skal eg fáa tær eina.
Magnus.
Tað nýtist ikki, tí lýtt er veðrið.
Schnell.
Hav nú góða nátt! (Fer).
Magnus.
Man Ása fara at koma higar í kvøld? (Legst á beinkin við hond upp undir kinn). Lítla vón havi eg um at koma til sættis við Eyðun, tó at eydnan hevur verið mær góð í seinastu tíðini; men nú má Ása verða mín, ið hvussu gongur. (Legst at hugsa).
Clavs (kemur inn og hevur tveir partar í føri).
Herlich karl, den admiral - verdamt herlich karl. - Heida! - Hvem ligger der? - Nå, det var jo den svigersøn til bonden Donaldsen, han, som skulle være så stiv. Men kom han til mig, som ved min tapperhed har reddet staden Schiedam og nedgjort 100 spaniolske adels-mænd med min bistre blik. Donner und blitz! Du elendicher bondetamp! soll dich dusen düvel holen. Mein svert soll dich to plukfisk machen, elendicher kobold. Pots sapperment und donnerwetter! (Fer innar í kamarið). (Tað letur sum snípa fyriuttan).
Magnus (støkkur upp og fer til gluggan, letur upp og sigur út):
Hvar býr snípa?
Ása (fyriuttan).
Handan Á! (Tey hálsfevnast).
Ása.
Nú vil eg ikki aftur skiljast frá tær!
Magnus.
Hevði tað verið so væl, at vit høvdu fingið tað í lag! Høvuðsmaðurin á teimum donsku skip- unum hevur lovað at royna at tala hin gamla til rættis, og løgmaður man eisini fara at leggja eitt orð uppí. Skuldi hetta gloppið, mugu vit taka til tað síðsta ráðið, um tú hevur hug at fylgja mær.
Ása.
Ja, fegin fylgi eg tær í illum og góðum.
Magnus.
Veitst tú, hvussu mær hevur gingið ?
Ása.
Ja, Billa hevur sagt mær frá øllum.
Magnus.
Eg havi lagt ráð saman við ein av íraskipinum, sum eitur Bruce og er slektaður úr Skot-landi, at vit skulu gera ferðarlag saman. So kanst tú rýma burtur við mær, og vit finna tá okkurt høli.
Ása.
Ja, lukka mín er eingin uttan hjá tær, antin vit so hølast í Føroyum ella øðrum londum. Nú verður brátt dagur, og eg hopi tað verður okkum góður dagur, so at vit sleppa at verða heima í Føroyum, og heima er tó altíð best! Lat meg so heilsa tær, tí nú fer Billa at leingjast.
Magnus. Vilt tú longu fara? Ja, far væl. (Tey heilsast, og Magnus legst aftur).
Bruce (vísir seg í glugganum - lurtar allar vegir og tekur seg so innum, verður bilsin við at finna Magnus, tekur svørðið til reiðar at seta fyri bringuna á honum).
Magnus (støkkur snøggliga á føtur, í tí hann trívur um armin á Bruce).
Bruce (bilsin).
Magnus!
Magnus (bilsin).
Bruce! Hvussu ert tú sloppin út?
Bruce (vísir á hondjørnini).
Brotið!
Magnus.
Hvat vilt tú herinni?
Bruce (ger tekin). Kommandant; lukke op kammerater.
Magnus.
Hann liggur her inni í kamarinum og svevur fast.
Bruce.
Kom du med os?
Magnus.
Í dag fái eg at vita, um eg blívi verandi her í landinum, ella um eg skal gera ferðarlag við tykkum.
Bruce.
Well! we vente i Suderø 1 dag og 1 natt. Farewell! (Fer varliga inn).
Magnus (legst aftur at róta).
Bruce (kemur út aftur, heldur í herðatoppin á Clavs við aðrari hond og svørðið fyri bringuna við hinari).
Clavs (piprast og rópar).
Hjælp!
Bruce.
En ord til, og du død man. Kom nøgle til prison, til mirk stove og link til kammerater.
Clavs (skeitir ymsar vegir, fer so í eitt skáp í horninum á stovuni og tekur lyklatyssið). (Báðir fara út).
II.
Clavs (kemur inn við Schnell).
Fluks, bring mig den horn!
Schnell (er kvikur at geva honum drekka).
Clavs.
Ahh! nu er man som et menneske, och nu skal man rive hovedet af de elendiche kneckte, som aldrig kan passe på. Donnerwetter! (Fer øðisliga út).
Schnell (við Magnus).
Hetta var dagur í viku! írarnir eru rýmdir og hava gjørt ringt puss við hann sjálvan. Teir hava stappað honum nátthúgvuna í gákin og læst hann í jarn og stongt fyri honum. Eg skal lova fyri, at hetta var annað enn at ræða hundrað spaniólar til deyða við sínum hvassa eygnabragdi.
Magnus.
Hetta var ein smeitur, men fáur man harma hann.
Jørgen Då (kemur inn við Clavs).
Ja, ja, ulykken er vel ikke så stor. Jeg tror ikke, at de irlændere gøre nogen ulykke på folk eller gods. De så alle mere skikkelige ud end dem, vi hængte.
Clavs.
Nej! de var så vist ikke skikkelige. De var værre end både tyrker og spanioler tilsammen. Hvis det ikke var den verdamt elendiche tåge, så kunne man endnu sætte efter dem.
Jørgen Då.
Nej, lad dem fare, og lad os tage den anden sag for.
Clavs.
Schnell! Gå efter den bonde. (Við Magnus). Du kan gå ind i min kammer. (Magnus fer).
Løgmaður.
Hvis admiralen vil tiltale ham først, så skal jeg se, om jeg kan lægge et ord til ved lejlig- hed. Han er en hæderlig mand, men temmelig stivsindet.
Eyðun.
Hvat vilja tit, góðu menn, mær?
Løgmaður.
Hetta er høvuðsmaðurin á teimum donsku herskipunum, sum hevur nakað at tala við tygum.
Jørgen Då.
Det, jeg har på hjerte, er en drøm, jeg havde forleden nat. Jeg drømte, jeg stod på syd- enden af Kolterø, og en mand, som jeg aldrig før havde set, stod hos mig. Han pegede over mod Hestøen, hvor jeg så en mand og en kvinde, som faldt på knæ for ham. “Hvad er det, jeg ser,” spurgte jeg. “Det er en fader, som vil støde sin eneste datter i havet,” lød svaret. “Hvad hedder den mand,” spurgte jeg atter. “Han hedder Ejden Donaldsøn,” lød svaret. Denne drøm har jeg haft 3 nætter efter hinanden, og nu vil jeg spørge, hvad du mener, den drøm kan betyde.
Eyðun.
Eg havi einki skil á at týða dreymar. Tað hoyrir gomlum kellingum til.
Løgmaður (út ígjøgnum gluggan).
Billa, kom inn higar! (Billa kemur inn). Billa, veitst tú, hvat her er talað um?
Billa.
Tað ætli eg. Tit vilja vita, hvat dreymmaðurin vil hava handan mannin til at gera.
Jørgen Då.
Vist så! Sig frem, hvad du ved?
Billa.
Hesin maðurin (peikar á Eyðun) hevur gjørt nakað, sum kann volda, at dóttir hansara fer á sjógv, uttan so at hesin maðurin (peikar á Jørgen Då) vil fyribyrgja tað.
Jørgen Då.
Det tykkes mig, at næst Guds hjælp kommer det mest an på eders datters vilje, om hun styrter i havet. Hvis I da samtykker i det, som ligger hende mest på hjerte, da venter jeg, at I kan beholde hende; og at jeg kan blive fri for mine slemme drømme.
Eyðun.
Eg haldi, at tað kemur ongum við, um eg eri harður ella linur við barn mítt. Tó kann eg ikki fráganga, at eg havi gjørt henni hart ímóti, og eftirsum eg haldi tygum vera ein rættuligan mann, skal eg gera tygum tað til vildar, at játta henni eina bøn, um tað er slíkt, sum eg kann gera við æru og góðum samviti.
Løgmaður (við Billu).
Fá okkum Ásu inn! (Hon fer).
Jørgen Då.
Det vil glæde mig, både at du og din datter kunne blive lykkelige, og at jeg kan blive fri for mine slemme drømme. Du kan tro, det er rigtig stygt at have slige drømme hver nat.
Eyðun (suffar tungliga).
Ása (kemur inn, fellur á knæ fyri pápanum).
Vilt tú játta mær ta bøn, eg biði teg?
Eyðun.
Sig, hvat tú vilt!
Ása.
Mín fyrsta bøn er, at tú letur meg hava tann mann, eg sjálv vil kjósa mær.
Eyðun.
Hetta man eg ikki kunna játta, tí sum tú veitst, havi eg lovað teg til Mikkjal í Lamba.
Mikkjal (kemur inn).
Løgmaður.
Tú komst í góðari stund. Sig okkum: Vilt tú hava hesa gentu til vív, um hon heldur vil hava onkun annan?
Mikkjal.
Nei, tá má hon fara fyri mær. Eg eri so illa royndur, at eg ynski mær ikki aftur illsemju í mínum húsi.
Løgmaður (við Eyðun).
Har hoyrir tú. Nú er eftir at spyrja: Hvønn vil dóttir tín kjósa sær? (Leggur blídliga hondina á høvdið á Ásu). Sig okkum: Hvussu man hann eita? (Veittrar so til Magnus, sum stendur í kamarsdurunum).
Ása.
Hann má eita: Magnus.
Magnus (við Eyðun, sum stendur bæði bilsin og foyur).
Nú komi eg aftur at biðja teg geva mær dóttur tína.
Eyðun.
Íðan, hav hana tá! Eg síggi, at tað skal so vera. Eg gruni nú, at tit hava øll gjørt svik við meg; tó vil eg ikki ganga frá mínum orði, helst tá ið tað nú kemur mær fyri, at hetta var besti endi, ið vera kundi.
Clavs Menchenschreck.
Ja, nu skal vi alle sammen drikke jaord — drekka festarøl — donnerwetter!!!
Viðmerkingar
Rasmus Christoffer Effersøe (1857-1916) var borin í heim í Trongisvági. Tíggju ára gamal fór hann til Havnar at ganga í realskúla, og haðani tók hann prógv í 1872. Hugur hansara stóð til landbúnaðin, hann lærdi seg jarðarbrúk og seyðabrúk ávikavist í Danmark og Skotlandi, og í 1877 gjørdist hann næmingur á búnaðarskúla í Keypmannahavn, haðani hann tók prógv í 1879.
Komandi árini stýrdi hann ymsum gørðum í Svøríki, og í 1884 leitaði hann heim aftur til Føroya; hann gjørdist landbúnaðarráðgevi í 1889, tók stig til at stovnseta búnað-arfelagsskapir, var við í Føringafelagsarbeiðinum, blaðstjóri á fleiri bløðum og harumframt eitt skifti politikari.
Rasmus skrivaði leikin “Gunnar havreka”, 1889 (LEIKRIT 1”) og hann týddi leik Hostrups “En nat mellem fjeldene”, sum á føroyskum fekk heitið “Hjá dalabóndum”, 1890 (LEIKRIT 3). Hann skrivaði eisini leikirnar “Magnus”, 1892 (LEIKRIT 4”) og “Best man vera, sum er”, 1895.
Á Føroya Landsbókasavni er eitt handritasavn, sum hevur skrásetingarfrámerkið F XIV og heitið Effersøe, R.C.: ”Ymisk handrit”. Edward Mitens læt Landsbókasavninum tað á sumri 1957. Innihaldið er brøv, yrkingar og sjónleikir. Sjónleikahandritini eru trý. Á tí fyrsta stendur skrivað:
”Rasmus Effersøe, móðurbróðir mín, doyði 23. mars 1916. Nakað seinni bað systir hansara Sanna Effersøe meg eftirhyggja brøv o.t. Tá fann eg hesar partar av handritið til ”Magnus”.
Brotini eru fimm í tali:
1. Ellivu síður í folio-stødd frá orðunum hjá Clavs Menschenschreck ”Således kom den ene af spaniolerne efter den anden” og leikin at enda (M. 179-188).
Ímillum s. 6 og 7 liggur ein skeyti við trimum tilsvarum (replikkum) á aðrari síðuni og einum á hinari.
2. Sjey síður í foliostødd frá orðunum hjá Elsu ”Tú mátti skammast Brita…” og 2. part at enda (M 162-177).
3. Ein síða í A5-stødd. Frá Mikkjal miðskeiðis í 1. parti kemur inn og sigur “Góðan dagin. Takk fyri seinast”, til sami maður fer, aftan á at hann hevur sagt við Eyðun ”Eg lovaði Kolbeini at lata hann smakka hetta fransavínið…” (M. 170, 171).
4. Ein síða í A5-stødd. Á aðrari síðuni “Eg gleddist við smálomb…” 4 ør. Á hinari síðuni tó útstrikað “Hvar eg mær vendi” 2. ør.
5. Ein síða í A5-stødd. “Tú kemur ei her niður”, 1. ør.
Leikir Rasmusar verða í 1901 prentaðir í ”Tingakrossi” í hesi røð: ”Magnus” nr. 16-27, ”Hjá dalabóndum”nr. 1-15 ”Best man vera, sum er” nr. 28-48 og ”Gunnar havreki” nr. 47-50. Allir leikirnir koma út í bók sama ár: R.C. Effersø: ”Sjónarleikir”.
”Magnus” er so prentaður í “R.C. Effersøe: Minnisútgáva, Josephine og Edward Mortensen góvu út, fyrsta bind” Tvøroyri 1917, ”Rasmus Effersøe 1857-1957. Minnisútgáva. Edw. Mitens gav út. Tórshavn MCMLVII”, og 1. og 2. partur eru prentaðir í lesibókini ”Føroyskar bókmentir í úrvali 2, lagt til rættis hava Sverri Fon og Sofus Joensen”, Tórshavn 1964.
*
Í minningarritinum, sum Edward Mitens og Josefina Mortensen, løgdu til rættis og góvu út í 1917, stendur “Magnus” at vera skrivaður í 1892, men hann varð helst ikki framførdur hetta árið.
Í “Føringatíðindum” nr. 3, mars 1892, standa nevndir teir leikir, ið hetta árið vórðu framførdir í Havn um føstulávintsmundið:
“Í Havn eru fyri fastulavn spældar tvinnanda kommediur. Fyrst “Ser jer i spejl”, “Suplikanten” og “Slægtningerne”. Innkomsturin fer til at klæða “konfirmantar”.
Síðan: “Í telefoni” og “Kelduferðin”. Innkomsturin fer til tey fátæku í Havn.”
Í sama blaði frættist um leik á Sandi:
“Komedia (Jeppe på Bjærget) er spæld heimi á Sandi mánadagin fyri fastulavn. Spælið gekk frálíka væl, so at hetta var eitt stuttligt kvøld, fyrsta kvøldið, ið komedia er spæld í Sandoy. Innkomsturin av spælinum fer til eitt orgil í Sands kirkju.”
Um leikin “Magnus” frættist á fyrsta sinni í “Føringatíðindum” nr. 2, februar 1893
Komedia
Fastulavns sunnudag kl. 6 e.m. verður
í nýggja komediuhúsinum í Havn spælt:
Magnus,
føriskt lívsbílæti frá 1615 í 3 pørtum
(3ði partur í tveimum)
Fastelavnsgildet
Vaudeville i 1 Akt
“Nýggja komediuhúsið í Havn” er teatursalurin hjá Havnar klubba, og hesin seinni leikurin,"Fastelavnsgildet", ið leiktur varð samstundis, sum “Magnus” varð leiktur, er sangleikur, sum danin Erik Bøgh hevði skrivað. Hann var fyrstu ferð framførdur í leikhúsinum Casino í Keypmannahavn í 1855.
“Magnus” hevur verið ein yndisleikur føroyinga, leiktur óteljandi ferðir, t.d. í Havn umframt í 1893 í 1932; í Sandavági í 1920-unum og aftur um 1940; í Gøtu í 1925, 1953 og aftur um 1980; í Vestmanna í 1940; í Klaksvík í 1942 og 1967. Í Vági varð hann leiktur í 1940-unum; á Velbastað veturin 1954/55 og í Kollafirði í 1956.
*
Tað man eingin ivi vera um, at Rasmus í fyrstu atløgu byggir leikin um Magnus á søgnina um koltursdreingin, sum svam í Hest.
Rasmus kann hava hoyrt søgnina av manna munni, men vert er at nevna, at Jakob Jakob-sen júst henda veturin 1892-93 ferðaðist um landið og skrivaði niður sagnir (hann var tá í øllum oyggjum uttan í Vágum og Mykinesi). So Jákup kann hava sagt Rasmusi søgnina.
Søgnin er prentað sum søgn nr. 59 í “Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901:
KOLTURSDRONGURIN, SUM SVAM Í HEST
“Ein drongur var í Koltri áður á sinni, sum fríggjaði til eina gentu í Hesti, men pápi hennara vildi einki vita av, at tey komu saman. Drongurin varð tí at søkja gentuna á loyndum, og hetta gjørdi hann á tann hátt, at hann svam um Kolturssund (sundið ímillum Kolturs og Hests) og valdi sær sjóvarfallið, fallandi vestfall, at svimja suður við; vestfallið hálvrunnið dettur beint á Bogatanga í Hesti (Bogin eitur norðurendin av oynni). Har kom hon á fund hansara, og so svam hann norður aftur við eystfallinum; tí eystfallið rekur beint um sundið inn um Koltursnakk. Stórt hundrað favnar eru ímillum Kolturstanga (syðst í Koltri) og Hestboga.
Í Magnusartanga norðast í Hesti var hann vanur at svimja til lands, og hesin tangi sigst at vera nevndur eftir honum. Magnus skuldi drongurin eita.
Har stóð gentan fyri honum við turrum klæðum. Ein lítil barmur er beint innan fyri Magnusartanga, nevndur Alskarabotnur eftir teimum báðum. Hetta helt so við eina tíð, men til endan saknaði pápin dóttur sína burtur og fekk illgruna.
So eitt kvøldið, tá ið drongurin kom svimjandi, stóð hesin gamli pápi hennara fyri honum við øksi í hond og hótti við at drepa hann, um hann kom í land. Tá varð drongurin at venda norður aftur í sama sinni, og síðan spurdist einki aftur til hansara. Líkindi eru til, at íðan hevur tikið hann og ført hann útum.
Søgn er, at tá ið hesin koltursdrongur var druknaður, kom íðan tann, ið nevnist Grísarnir, upp innan fyri Kolturssund. Hetta skuldi vera í hevnisótt.”
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Søgnin kann ikki tíðarfestast, men í lýsingini í “Føringatíðindum”, februar 1893, verður leikurin tíðarfestur: “føriskt lívsbílæti frá 1615”, og hyggja vit at leikaralistanum, styðjar hann hesa útsøgn.
Í tingbókini fyri 1616 sæst, at ólavsøkudag møta á tingi fýra vestmenningar, sum vit í dag høvdu skrivað: Tummas Jákupsson, Mikkjal Jógvansson, Niklas Torbjargarson og Ólavur Jógvansson. Tað er fútin Strange Madtzen, sum hevur stevnt teimum til tings at greiða frá, hvør ið hevur tikið niður:
“denn Iustitiæ ... hvilcken Ehrlig och welb: Mand Jørgenn Daa, Kongl. Maytz: Admiral udi Westersöö Anno 1615 lodth der sammestedz Opsette hvor udi bleff nogle Sörövere Iustificerett, Som her wed Landett, och desligeste paa Landet Röffuett oc stollett haffde...”
Orðið Iustitiæ knýta vit at rættvísisgudinnuni í rómversku gudalæruni, Justitia, og av svari vestmenninga skilja vit, at talan hevur verið um ein gálga, helst fleiri gálgar. Teir greiða frá, at Kristi himmalsferðardag koma tríggir menn í land av einum orlogsskipi. Teir siga, at skipið er enskt, og at skiparin eitur Olifer Sandian. Frágreiðingin heldur so fram:
“Och disse for’ne 3 mend hug for’ne Iustitia neder, Och bar nogle aff Thræene paa Kyrcke Gaardenn, Och de Treer som Igenn laag aff for’ne Iustitie Thoge Engellsche och Skodtzke skiffue sijden bortt.”
Um Jørgen Daa vita vit, at hann var føddur í 1570 á Enggaard tætt við Odense.Hann gjørdi vart við seg sum admiralur, serliga í Kalmarkrígnum, tá ið hann í 1611 hertók sjey svensk skip við Elfsborg.
Árini 1611-1616 var hann ovasti fyri Norðursjóvarflotan og gjørdist víða gitin sum sjó-rænarajagstrari. Í 1615 vann hann á illa gitna sjórænaranum Juan de Mendoza, sum upprunaliga var belgiari og æt Jan Mandaus. Sjóslagið stóð á leiðini millum Noregs og Føroya millum tvey donsk orlogsskip og tríggjar sjórænaraskútur.
Sjórænararnir máttu lúta, 27 teirra fullu, 8 vórðu hongdir, og 55 bundnir saman rygg ímóti ryggi og blakaðir í havið.
Í sambandi við at sjórænararnir vórðu hongdir, hevur Jørgen Daa verið inni á Vestmanna, sum tingbókin ber prógv um.
Kvívíkar-Jógvan nertur í “Trolara-táttinum” (prentaður í Jógvan Dánialsson: “Yrkingar”, Felagið Varðin 1926) við hesa hending
“Føroyingar til kongin sær vendu,
bønarbræv og boð til hann sendu,
um hann vildi royna
at beina
burt tað harkalið,
sum gav ikki grið,
men at øll í frið
tryggan kundu vita
seg sita
og í náðum njóta sín bita.
Kongur seg ei leingi læt biðja,
verjuskip tvey og tað triðja
her til landið vendi
og sendi
raska Jørgen Daa,
voldsmenn herja á,
gav tað boð og ráð,
at hann teir skuldi lemja
og temja,
sum tað teimum best mundi semja.
Í Vestmanna gálgi var reistur,
átta illgerðarmenn vóru kroystir
tað til gálgan førdi,
teir gjørdu,
hingu har sum krov,
fingu ikki lov
til at brúka rov.
Ei man tann lógin stranga
nú ganga.
Ránsmenn neyvan sita, minni hanga.”
Poul Niclasen, f. 1889, hevur í bókini “Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara”, 1948, eisini skrivað um hesar hendingar:
“Serliga í fyrru helvt av 17. öld tykist standurin at hava verið út av lagi ringur. Í 1615 sendir lögtingið bræv til kongs við frágreiðing um hesi ringu viðurskifti. Í 1613 og 1614 hava sjórænarar herjað í Hvalba og Vestmanna og rænt ikki bert neyt og seyð, men eru eisini farnir avstað við bátunum, soleiðis at íbúgvararnir ikki eru slopnir til útróðrar í langar tíðir og tessvegna hava liðið bæði hungur og neyð. Tað verður eisini frásagt í brævinum, at ein hópur av enskum og skotskum skipum liggja og fiska tætt inni undir landi á teim vanligu miðunum og grunnunum, soleiðis at føroyingar ikki sleppa til teirra góðu fiskipláss. Løgtingið biður tí kong taka sær av hesum og senda nøkur av skipum sínum til Føroya fyri at revsa ófriðarmenninar. Eisini verður biðið um at fáa sent byrsur og onnur vápn og samstundis ein mann til at læra føroyingar at brúka vápnini.
Kristian hin fjórði kongur læt ikki föroyingar bíða leingi eftir hesi hjálp. Í seinnu helvt av mai mánað hetta sama ár fór tann kendi admiralurin Jørgen Daa við krígsskipunum “Jupiter” og “Vægter” til Føroya. Tann 20. mai komu skipini inn á Hvalba, og ein av yvirmonnunum, tann seinni so kendi Jens Munk, varð sendur í land. Hann fekk her at vita, at sjórænararnir Mandous og Tockertt høvdu verið har inni fyri 14 døgum síðani, men vóru farnir norður eftir. Úr Hvalba varð við tað sama sent eitt 1o-mannafar til Havnar fyri at frætta nærri um sjórænaraskipini. Áðrenn báturin var komin aftur til Hvalbiar, fekk Jørgen Daa so góðan byr, at hann helt leiðina norðureftir. Undir Dímun hitti hann ein útróðrarbát og spurdi, um teir vistu nakað um sjórænaraskipini. Teir søgdu seg einki vita um Mandous og Tockertt, men søgdu frá, at tvey onnur ófriðarskip lógu inni á Vestmanna. Tað tykist soleiðis ikki at hava trotið av sjórænarum undir Föroyum um betta mundið. Tá Jørgen Daa fekk hesi tíðindi, helt hann ferðina beint norður á Vestmanna og herjaði á sjórænara-skipini. Sjórænararnir royndu at halda ímóti, men teir vóru skjótt við undirlutan og máttu yvirgeva seg.
Jørgen Daa læt nú reisa ein gálga í landi, har teir báðir skipararnir og 6 aðrir av yvirmonnunum vórðu hongdir, meðan 18 fingu grið. Áðrenn ”Jupiter” og ”Vægter” herjaðu á sjórænaraskipini, vórðu 10 sjórænarar flýddir í land, og tað eydnaðist teimum seinni at koma til Hetlands við einum báti, teir tóku í einari bygd eystantil á Streymoynni, tó at Jørgen Daa sendi 45 musketerar eftir teimum. Bæði sjórænaraskipini vórðu tikin og seinni førd til Kjöpinhavnar.
Gálgin í Vestmanna, hvar ið sjórænararnir vórðu hongdir, varð árið eftir brotin sundur av nøkrum fremmandum skipsmonnum. Hetta mál kom síðani til viðgerðar á løgtingi. Um hetta mundið búðu bert 4 bøndur í Vestmanna, Tummas Jákupsson, Mikkjal Jógvansson, Niclái Tórbergsson og Claus Jógvansson. Teir greiddu á løgtingi frá, at tað var manningin á einum enskum skipi, hvörs skipari var Oliver Sandion, sum hevði brotið gálgan niður. Nakað av tröunum varð borið á kirkjugarðin, og tað, ið eftir var, tóku ensk og skotsk skip seinni við sær.”
Jørgen Daa andaðist á Holbæk slotti í 1619.
Mikkjal bóndi í Lamba er eisini søguligur persónur. Poul Niclasen hevur í áður nevndu bók “Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara”, 1948, skrivað grein um hann, og í “Varðanum” 2. bindi, 1922, skrivar Símun av Skarði um mannin í greinini “Lambahjúnini Mikkjal og Magdalena”.
Sambært hesum heimildum var Mikkjal sonur Jón Heinason (1541-1602) løgmann (1572-1583). Hann man vera føddur um 1567-68 og doyði á vetri 1647-48. Hann var tvær ferðir giftur. Óvist er, hvør fyrra kona hansara var, men seinna konan var Magdalena Andersdatter úr Bergen, sum hann giftist við í 1617.
Í bók síni “Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara” sigur Poul Niclasen frá einum íslendingi, ið var við Jørgen Daa í Føroyum:
“Í ferðaminnum sínum greiðir íslendingurin Jón Ólafsson Indiafarari (1593 1679) m. a. frá, tá hann sum byrsuskjótari umborð á einum donskum orlogsskipi var og vitjaði Mikkjal í Lamba.
Jón Ólafsson sigur fyrst frá, hvussu tey 6 donsku krígsskipini ”Victor”, ”Jupiter”, ”Enhjørningen”, ”Malkepigen”, ”Lybske David” og ”Leopardus” jagstraðu sjórænaraskip frá Nordkap og heilt eystur í Hvítahavið, haðani teir hildu leiðina til Íslands og Føroya. Umborð á ”Victor” var admiralurin Jørgen Daa, og var Jón Ólafsson við hesum skipi. Á ferðini frá Íslandi til Føroya hittu teir slíkt ódnarveður, at ikki var meira, enn teir komu leiðina fram. Tvey av skipunum skiltust í ódnini frá hinum 4 og komu til Noregs.
Um vitjan teirra í Føroyum skrivar hann, at teir lógu inni á Skálafirði í 14 dagar og m. a. vitjaðu stórbóndan Mikkjal í Lamba, hvørs gestir teir vóru í 4 samdøgur. Admiralurin sjálvur, høvuðsmenninir á teim 4 krígsskipunum, ¡ð lógu inni á firðinum, og aðrir yvirmenn vóru gestir Mikkjals.
Eftir hvat Jón Ólafsson sigur frá, var blíðskapurin í Lamba heilt óførur. Borðreitt varð fyri teimum við tí frálíkasta mati, ein kundi ynskja sær, og ikki treyt av tí váta slagnum; har vóru 3 sløg av mjøði, Tróndheimar øl, Hamburgar øl, lybskt øl, Rostocker øl, 2 sløg av Kjøpinhavnar øli og 3 sløg av enskum øli, ale, strong beer og skipsøl. Og so høvdu teir stóran stuttleika av tí føroyska dansinum, sum teir trinu bæði væl og virðisliga.”
Sakaris Tormansson (rættari helst:Tormóðarson) er eisini søguligur persónur. Hann var av Eiði og løgmaður 1608-1629.
Í leikinum fær danska embætisvaldið – umboðað av Menschenschreck, kommandanti, sítt. Vit hefta okkum við týska navn hansara (hann, ið fólk ræðast), og høvundurin nýtir eisini navnaímynd, tá ið hann nevnir ørindasvein kommandantsins Schnell (kvikur ella kvika tær!).
Í leikinum er eisini ein havfrúgv. Um havfrúnna lesa vit m.a. í søgnini “Havfrú”, sum prentað er í V.U.Hammershaimb “Færøsk Anthologi I”, 1891:
“Havfrúgv líkist fólki fyri oman beltið, hevur langt jarpt hár sum kona, hon floytir tað út um seg á sjógvin; tó hevur hon styttri armar. Fyri niðan beltið er hon sum fiskur og hevur sporl og roðslu.
Vendir hon sær móti bátinum, tá ið hon kemur upp úr sjónum, verður óveður, og tá ræður um at rógva heimaftur sum skjótast og royna at sleppa undan at sjólátast. Men kemur havmaðurin upp hjá henni, verður gott veður.
Havfrúgvin syngur so fagurliga, at menninir verða óðir, tá ið teir lurta eftir sangi hennara, og tí eiga teir at stinga vatta-tumlarnar í oyruni, tí annars vilja teir í øði og ørviti leypa úr bátinum út á sjógv til hennara.”
Jens Pauli Heinesen (1932-2011) hevur í fyrstu bók síni í røðini “á ferð inn í eina óendaliga søgu”- “Nú ert tú mansbarn á foldum”, 1980, skrivað um ta ferðina, hann sum smádrongur sá leikin “Magnus” á palli vesturi í Vágum.
Jens Pauli Heinesen:
Tað undurfulla.
Hvat var tað, sum hendi niðri millum neystini? Hamarsljóð, sangur, róp, látur og flenn, um kvøldarnar gingu ljósini frá lummalyktunum kyk og lýstu upp undir lág skýggj, komu og hvurvu, og av og á sást tað veldiga sveiggjandi ljósið frá eini optimuslykt kasta sína glæmu á neystaveggir og skjøldrar. Út ígjøgnum rimarnar á einum av neystunum stóð ljósið í stríðum streymi, men so hongdu tey posar upp innanfyri, eftir dvøldist bert ein evarska lítil roði. Men málanin helt fram, rópan og hamarsglintan. Okkurt ómetaliga gátuført fór fram har innanfyri, okkurt sum helst ongantíð fyrr í lívinum var hent nakrastaðni. Tey skuldu spæla okkurt. Men tey vóru tilkomin fólk. Hvat kundu tilkomin fólk spæla? Við dukkur kanska, bátar og skip?
Við skip? Fyri nøkrum døgum síðani hevði ein fremmandur maður verið inni hjá okkum, hann pikkaði uppá, tók hattin av høvdinum, smíltist nógv, sum var hann ógvuliga glaður, og tað var hann helst eisini, tí at hann hevði eitt stórt kuffert við sær, og pápi og hann fóru út í stovuna og høvdu kuffertið við. Hann skuldi vísa pápa okkurt, sum var í tí, men hvat mundi tað vera. Vit fingu ikki loyvi at síggja nakað, pápi læt hurðina aftur fyri nøsini á okkum, og maðurin tosaði eitt fremmant tungumál, eg skilti ikki eitt orð av tí. Árant og eg stóðu í gongini og royndu at lurta, men hoyrdu bert eina ófatiliga mutlan koma gjøgnum hurð og vegg.
Stovan var alt fyri eitt ein fremmandur staður við loyniligum ráðagerðum, har vit høvdu einki at siga og gera. Hóast vit kendu stovuna í hvønn krók, var hon nú gátufør sum salarnir inni í Birtingslandi, munurin var bert tann, at um nú hurðin fór upp, so fór gátan at opinberast fyri okkum. Vit grunaðu, at tað var okkurt óvanligt, og gingu á mammu, men hon vildi einki siga, bað okkum bara fara út og ikki órógva menninar í stovuni. Hví vildi hon einki siga? Hví vóru øll so hulislig?
Tá gekk hurðin, pápi skuldi eitt ørindi, og hann læt hurðina standa opna eftir sær. Har á stovuborðinum stóð eitt skip, kritahvítt og strálandi sum sent úr himlinum. Vit stóðu úti í gongini og hugdu við stórum eygum og tordu ikki at nærkast. Men tann fremmandi, glaði maðurin veittraði okkum til sín, og vit fóru drálandi innar, sum var okkara egna stova ein halgur staður.
Ja, tað var eitt fullkomið skip. Maðurin fór at vísa okkum tað, vit skiltu ikki, hvat ið hann segði, men vit kundu fylgja við hondum hansara. Botnurin var reyðbrúnur, blýggj var stoytt upp undir kjølin til barlast. Har var stýrið, ið kundi snarast aftur og fram, og framman fyri tað ein lítil, gylt skrúva, ið kundi mala runt. Hon hevði trý bløð. Har vóru tvær mastrar og vantir og bummar við taljum og blokkum, skeilett, lugarskappi, lastalúka, ið kundi takast av, við rættiligari last undir. Har var stýrhús við gluggum og útstoytsrøri og leytara við messinggelendara. Á aftaru mastrini var ein brúnur mesanur. Men tað allarbesta var kortini ritubáturin. Hann hevði árar. Evarska smáar.
Skuldu vit kanska eiga hetta skipið? Var tann glaði maðurin komin at geva okkum tað? Pápi kom aftur og koyrdi okkum út, og tað var eyðhoyrt, at hann var ótolin á málinum. Hví var hann ikki so glaður? Hvør eigur hatta skipið? spurdi eg. -Far nú út, segði hann bara og læt stovuhurðina aftur eftir okkum.
Har stóðu vit so einki petti klókari. Vit fóru útum, og stovan lá eftir við tí mest guddómliga gersemi, vit nakrantíð høvdu sæð. Vit gingu uttanfyri og dartaðu, maðurin kom út við kuffertinum og var nú ikki so glaður, sum tá ið hann kom. Hann mutlaði okkurt, ið mundi vera farvæl, men hann tók ikki hattin av høvdinum og var annars stak ófólkaligur. Vit sníktu okkum inn í gongina og út í stovuna. Har var einki skip, alt tað undurfulla var burtur. Men hví hevði tað verið og vitjað okkum, og hví kundu vit ikki sleppa at eiga tað?
Hóast vit einki høvdu mist, var tað kortini, sum høvdu vit mist nakað óbøtiligt, ið vit ikki kundu lata gleppa okkum av hondum uttan at gera okkurt, ið kundi viga upp ímóti tí, okkurt líka so undurfult og strálandi, so vit leitaðu okkum fram ein stuttan viðarbul, eina sag, øks og knív og fóru undir at evna okkum tað undurfulla til úr viðinum, tað skuldi verða vakrasta skipið í verðini, kritahvítt við reyðbrúnum botni, mesani og messinggelendara og lítlum ritubáti við smáum árum. Og meðan vit lógu og stríddust og krutlaðust og túnið rundan um okkum hvítnaði av kropnum træspønum, fór at skýma. Teir báðir lastbilarnir í bygdini fóru hurrandi eftir vegnum, men vit ansaðu ikki longur hesi dagsins ljóð, tí fram um tey øll stóð stákanin niðri millum neystini sum ein ókendur, glæsiligur vøkstur. Har sum áður bert spøkilsi gingu friðleys í náttarmyrkrinum og válaðu, var nú eitt loynisamt virkandi lív. Hvat í allari víðastu verð hendi harniðri?
Men soleiðis sum hurðin var farin upp inn til tað undurfulla í stovuni, soleiðis fór hon eisini upp inn til tað undurfulla, sum henda skuldi inni í neystinum. Tað var um kvøldið, og tað var myrkt. Bæði mamma og pápi vóru við okkum fýra, Andrassi, Henriettu, Áranti og mær. Báðar neystadyrnar vóru opnar, ljósið floymdi út ígjøgnum tær, og har var hópur av fólki uttanfyri, tað gekst seint at koma inn, ein maður stóð í durunum við tasku á búkinum og kravdi pengar frá fólki, og fólk vóru rættiliga álvarsom, sum vóru tey eitt sindur bangin fyri tí undurfulla og firnaðust. Bert nakrir ólátaðir dreingir garteraðu heldur illa, sum beit einki á teimum, onkur teirra var yngri enn eg. Esmar æt hann.
Neystið helti upp ímóti endanum, og beinkir og bjálkar, ið lógu á kassum, stóðu á rað niðaneftir, og fólk sótu spjadd runt umkring á teimum. Tey flestu vóru í frakka, tí at tað var kalt inni. Onnur síðan á neystinum var av betong, men hin var rimaveggur, og tey høvdu soymt posar uppfyri bæði fyri at krógva innanduradýrdina fyri nýfiknum eygum, men eisini fyri at minka um kuldan og gjósturin. Vit fingu pláss miðskeiðis inni við betong-veggin.
Við niðara enda høvdu tey lagt gólv á nakrar høgar kassar og hongt eitt tjald uppfyri av svørtum líni. Aftan fyri tjaldið hoyrdist gátufør teskan og stákan, eitt brak, hamarssløg, okkurt varð drigið eftir gólvinum, og glæman frá eini lykt sást liva aftur og fram. Eg sat undir liðini á pápa og trýsti meg inn ímóti kotinum, ið luktaði fjálgt av húsroyki okkara. Hann hevði fortalt mær, at tjaldið skuldi dragast frá, men so vildi hann ikki siga meir. Tað var eyðsæð, at tá ið tað hendi, fór eg umsíðir at síggja ta undurfullu dýrd. Andrass vildi ikki sita saman við okkum, eg hoyrdi rópini frá honum mitt í málanini av mælskum barna-røddum.
Lampan aftan fyri tjaldið slóknaði, og tað gjørdist kvirt á pallinum. Nú fór okkurt at henda. Endiliga. Húsj, húsj, húsjaðu fólk hvør á annan, og kvirran á pallinum legði seg um alt neystið. Hvat í Harrans navni fóru vit at síggja. Maðurin við taskuni á búkinum læsti hurðarnar báðar, trokaði seg inn ímillum fólk og tók optimuslyktina, ið hekk á einum seymi uppi undir einum loftsbita, niður, setti hana á gólvið og sløkti. Surrið frá henni tagnaði sum ein fossur, ið steðgar at renna, og tað gjørdist kolsvart inni og púra kvirt, men ígjøgnum kvirruna hoyrdist knappliga ein klokka ringja og eitt súsandi ljóð. Tað var teppið, ið fór frá, men har sást einki, ikki eitt einasta petti, har var púra svart.
Alt í einum brast ein svávulpinnur, og í tí veika ljósinum frá honum sást nú ein einsamøll hond, ið tók eftir einum lampuglasi. Ein petroleumslampa varð tendrað, veikurin skrúv-aður upp, og í glæmuni frá loganum sást týðuliga ein gomul kona og ein rættilig stova við borði og stólum, vindeygum og hurðum og einum rokki. Fólk gjørdust órólig í sætinum, toygdu høvd og hálsar, og fleiristaðni róptu tey teskandi: Setið tykkum niður, setið tykkum niður, vit síggja einki.
Tað pikkaði uppá, ein hurð fór upp, og ein maður kom inn. Góðan dagin, segði hann, og takk fyri seinast. (Gud veit, akkurát sum heima hjá okkum). Tann gamla konan var blíð, gav honum sess, og tey fóru at tosa saman. Maðurin æt Mikkjal, og hann var bóndi, og hann kom við óhugnaligum tíðindum. Eitt ófriðarskip var sætt undir Føroyum, og tann gamla konan øtaðist og gjørdist heilt bangin, og sjálvur øtaðist eg eisini við lít og hugsaði: Gud náði meg, hvat var tað maðurin segði. Ófriðarskip! Á okkara døgum?
Meðan tey tosaðu, kom ein ung, vøkur genta inn og fór at geva manninum at eta, hann mundi vera svangur. Hon rýmdi kortini beinanvegin, men var ikki meir enn farin, so kom ein onnur ung genta. Heldur ikki hon støðaðist leingi. Nú vísti tað seg soleiðis, at genturnar vóru systrar, og at tann gamla konan var omma teirra.
Tann fyrra, ið var yngri, æt Ása, tann seinna Elsa, og tær vóru bóndadøtur. Mikkjal bóndi vildi fegin hava aðra til konu, men visti ikki, hvørja hann skuldi velja, men eitt ilt og raskt skuldi tað vera, segði hann, og tískil rýmdu bæði út úr stovuni.
Har komu fólk og fóru. At enda vóru Ása og Elsa einsamallar eftir, og Ása var ógvuliga syrgin, hon fór at spinna, og meðan hon spann, sang hon ein syrgiligan sang, eg mátti berjast við grátin av at hoyra hann:
Børnini gráta á foldum.
tað hoyrdi móðir undir moldum.
Á foldini gráta børnini smá,
tað hoyrdi móðir undir moldini lá.
So sára græt tann yngsti svein,
at tað hoyrdi móðir í annan heim.
Elsa fór at arga Ásu við einum dreingi, sum æt Magnus. Magnus var av grannaoynni, og ein, ið róptist Dólgar, hevði sæð hann svomið um sundið og vágað lívið fyri at hitta Ásu. Tey hittust í loynd, tí at pápi Ásu var í øðini um, at Magnus vildi hava dóttrina. Eisini Elsa helt tað vera óðamannaverk, at tey skuldu hittast soleiðis:
“Hevði eg ein biðil,” segði hon, “skuldi eg væl rátt honum frá at vága lívið við at svimja so langa leið í opnum havi. Um hann er so sterkur og dugandi, at streymurin ikki tekur hann av lagi, so er annar vandi fyri hond. Ferðast ikki stórhvalur og onnur illdjór á sundinum. Sjódregil og marmennil og onnur óvætti halda til í sjónum, sum vit vita. Ella hvat sigur tú, um havfrúgvin fær hug á honum og tekur hann við sær?”
Og tí var Ása stúrin. Betur gjørdist tað ikki, tá ið báðar komu ásamt um, at tað mundi vera hana, Mikkjal vildi hava til konu, tí at hann vildi hava eitt, ið var ilt og raskt. Tá komu tvær konur inn, onnur var so bangin av ófriðarskipinum. Teir vildu hava fólkakjøt til døgurða, segði hon. (Jesu navn! Fólkakjøt?) Men hin ræddist ikki. (Gud havi lov). Tað hevði verið líka stuttligt at verið tikin av einum av teimum, enn at sita har á oynni, til mosi gróði á hvørjari tonn, og tær fóru at hjálpa Ásu at virka ullina. Tá kom Dólgar. Hann var so stuttligur, at allur salurin sat í skellilátri, sjálvur misti eg mestsum ondina. Gud forbarmi seg fyri eitt spott. Men hann var vísur í, at ófirðarkropparnir fóru at koma í land, og ætlaði sær at rýma í fjøllini.
Meðan hann tvætlaði og hóreiggjaði sær og segði seg at duga gand, kom tann gamla konan inn. Hon var eitt illsinnavætti, deildi og beit frá sær, so tey máttu rýma út undan henni. Hon var ikki liðug at deila, tá ið Eyðun bóndi kom inn. Hann var sonur hennara og pápi Ásu og Elsu, og hon legði á hann beinanvegin. Mikkjal bóndi var komin at biðja um Ásu, físti hon, tað var at geva honum jaorð sum skjótast, tí at hon hevði fingið frænir av, at Ása hitti ein rakbóndason av grannaoynni í loyndum. Hann svam um sundið at hitta hana.
“Var eg í tínum brókum, skuldi øksin verið blóðgað,” segði tann gamla konan.
Hetta dámdi Eyðuni púrt einki at hoyra.
“Ikki var tað mín akt at ala teg upp við kálvahjarta, so at tú ikki skuldi troysta tær at hoyrt blóð nevnt,” segði tann gamla konan tá.
Tey fóru at deilast um tað, og meðan tey deildust sum harðast, kom eingin annar enn Mikkjal bóndi inn. Eyðun var blíður við hann, gav honum snaps og sítt jaorð, at hann skuldi fáa Ásu til konu, og Mikkjal fór fegin avstað, men Eyðun fór eftir øksini og saman við teirri gomlu konuni kannaði hann eftir, hvussu hvøss eggin var. Tað var langskeftað øks, hann kundi styðja seg niður á hana sum niður á ein stav, og tann árundaða eggin glitraði í lampuljósinum. Og so fór hann avstað at taka ímóti rakbóndasoninum, tá ið hann kom um sundið at hitta Ásu, men tann gamla konan segði aftan á honum:
“Styrki teg, santa Ólavur kongur! Lat hvønn, ið vil, hava sín kærleika og onnur rørilsi, sum prísast í rímum og søgum. Hevnd haldi eg vera tað søtasta rørilsi, sum ongantíð kølnar ella doyr út. Hvat kann betur halda mær uppi enn vónin um, at hatta forbannaða slagið má slettast út á jørðini í skomm og armóð, áðrenn eg lati míni eygu aftur á síðsta sinni.” Og so blundaði hatta gamla beistið, og tjaldið fór fyri.
Jesus náði tú meg, hvat var tað, eg hevði sæð? Tað undurfulla? Var hetta tað undurfulla? Og var tað nú liðugt? Nei, segði pápi, tað kemur meira enn. Optimuslyktin varð tendrað og hongd upp undir loftið at snurra, men aftan fyri tjaldið fór aftur henda gátuføra teskanin og fjasanin at hoyrast, og her sótu vit á bjálkum og beinkjum í ljósinum og vóru tey somu sum frammanundan. Hvat í Guds navni var tað, eg hevði upplivað? Vóru tveir veruleikar til, tvey lív um somu tíð? Men hvar var so hitt lívið nú, genturnar og Dólgar og tað gamla beistið. Gekk maðurin nú onkustaðni og dreivaði við tí hvøssu øksini og tí skínandi eggini, uttan at vit sóu hann? Eg var turrur í hálsinum, kjálkarnir brendu, tað snurraði fyri oyrunum, og hjartað titaði sum eitt ørt. Á fremsta beinkinum beistaðust børnini, summi flentu. Hvussu fingu tey seg til tað aftan á alt, sum hent var? Høvdu tey ikki hoyrt, hvat ið hatta gamla beistið segði? Vistu tey kanska ikki, hvat ið bóndin fór at gera við tí stóru, hvøssu øksini? Her var alt ov heitt inni, eg vildi kvalast. Mundu vit fara at síggja hann drepa rakbóndasonin. Eg hevði bestan hugin at rýma, men visti, at tað fór ikki at bera til. Og harumframt mátti eg fram um alt fáa at vita, hvussu tað fór at ganga.
Har var smíðað og buldrað aftan fyri tjaldið. Fólk fóru at roykja og tosa saman, eina mest um Dólgar, og hvussu hittinorðaður og besnissaður hann var, men áðrenn nakran vardi var knappliga friður aftan fyri tjaldið, optimuslyktin varð aftur tikin niður av seyminum og borin burtur saman við sínum veldiga flaksandi skuggum á lofti og veggjum og sløkt.
Annar partur byrjaði.
Og har lá ein heilt annar veruleiki fyri mær, fullkomiliga øðrvísi enn tann, ið verið hevði. Ja, har stóð bóndin við øksini, hann var komin oman í fjøruna, og í taranum lá Magnus nakin og vátur duffandi upp og niður í dráttinum, sjógvurin dreiv úr hárinum, og hann var prúður og ómetaliga vakur og sá als ikki út sum nakar rakbóndasonur, tað var als einki løgið í tí, at Ása elskaði hann. “Her kemur eingin livandi á land,” segði Eyðun bóndi. Nei, har gjørdist einki, tað nyttaði einki Magnusi at biðja um Ásu og tala fyri seg, tí segði hann: “Heldur vil eg søkka í havið enn doyggja undir tínum hondum,” og so helt hann aftur á sundið.
Bóndin stóð og hugdi aftan á honum. Hann stóð leingi og hugdi, sum harmaðist hann um tað, hann hevði gjørt. Men so fór hann, og tá hendi nakað av tí undurfulla. Ein havfrúgv kom upp úr sjónum á sama stað, Magnus hevði ligið, ósigiliga vøkur við longum, ljósum, purlutum hári og klødd í tað hvíta lín. Hon fór at syngja um sítt vónleysa, ólukkuliga lív, tí eisini hon elskaði Magnus. “Magnus, mín Magnus, tú kanst meg fjálga, men tú vilt tað ei,” sang hon.
Hvør kom tá gangandi har í allari sínari dýrd. Ja, hetta var tað undurfulla, sanniliga, hetta var tað. Eingin onnur uttan Ása. Men hon var ógvuliga stúrin, tí hon grunaði, at okkurt mundi vera hent Magnusi. Tá fór havfrúgvin aftur at syngja, og hvat var tað, hon sang. Um Birtingsland? Ja, um Birtingsland, sang hon, og salarnar harinni. Øll borg hennara var skrýdd við gulli og dýrum steinum, men hóast alt ríkidømi, var hjartað fult av sút og sorg, eg hevði ilt í hálsinum av samkenslu við henni.
Lítið troystar meg silvur og gull,
krystallir og perlan hin bjarta,
um borgin øll er av dýrgripum full,
tað kann ikki svala mítt hjarta.
“Tað boðar sjáldan gott, tá ið havfrúgv vísir seg fyri fólki,” segði Ása. Og so fór hon eisini at syngja, fyrst um, hvussu glað hon hevði verið, tí hon hevði havt Magnus. Men hvat nú?
Mín gleði, mín Magnus, hví drálar enn tú?
Hví kemur tú ikki at troysta meg nú?
Tú svíkur meg ikki, tað veit eg so vist.
Mín Magnus er deyður, eg havi teg mist.
Var hann deyður?! Var Magnus deyður?! Nei, hann var ikki.
Havfrúgvin kom uppundan aftur og troystaði Ásu við sínum sangi:
Hoyr, systir á landi, tú syrg ikki so,
- eg vil einki fyri tær dylja,
tín biðil hann livir - hann sendir tær boð,
alt gongur væl eftir tínum vilja.
Ja, Ása skuldi hitta Magnus aftur í øllum góðum, sang havfrúgvin, tey skuldu hittast í Havnini. Fýra ferðir skuldi sólin seta í havið, so skuldu tey vera saman bæði. Men Ása vildi ikki trúgva tí, hon ivaðist ikki í, at Magnus var deyður, og tískil fór tjaldið fyri.
Aftur varð optimuslyktin hongd upp at lýsa niður yvir óróligar knokkar og reyðsprongd eygu, ið snerktu við av tí klára ljósinum, fólk festu sær í og fóru at tosa saman, har frammi larmaðu børnini og skrólaðu. Tað var ikki at fata. Hvussu kundu tey fáa seg til tað aftan á so nógva sorg? Tóku tey ikki synd í Ásu? Hugsaðu tey ikki um tað neyðars havfrúnna í síni vátu, køldu borg, ið vissuliga var eingin onnur enn Birtingsland? Høvdu tey einki hjartalag fyri teimum? Gátufør hamarsglintan aftan fyri tjaldið. Hvussu í harrans navni bóru tey seg at við at skifta um frá einum veruleika til ein annan. Hvat gjørdi Ása nú? Og havfrúgvin? Og hvar mundi Magnus vera? Mundi hann vera druknaður? Tær elskaðu hann báðar, tað var einki at ivast í, at tær elskaðu hann báðar, bæði havfrúgvin og Ása. Og var hann nú deyður, hvat so? Tað fór at verða ólíðiliga syrgiligt.
Næstu ferð tjaldið fór frá, var alt tað undurfulla burtur. Tað var sum blást burtur, og tað, sum eftir var, kundi ikki vera verri. Ein ørur maður, men ógvuliga fínur í stásiligum herklæðum við gyltum bondum og knappum, gekk og sveiggjaði við einum svørði. Hann var í øðini, aldri í mínum lívi hevði eg sæð óðari mann, hann rópaði og garteraði á einum fremmandum tungumáli, eg skilti ikki eitt orð. Donnerwetter, rópti hann. Potz tausend dywel. Menschenschreck. Hvat var tað fyri eitt mál? Og hann tosaði og tosaði. Har gekk ein ræðslusligin maður og mól rundan um hann. Hvørja ferð tann øri maðurin hugdi upp á hetta ólukkudýrið, vóru eyguni so øgilig, at tað small í gólvið og lá sum fyri kúluni. Nei, eg hevði ongantíð sæð eitt sovorðið beist fyrr, hann drakk og drakk og gjørdist alt meira fullur, blitz tausend donnerwetter, Menschenschreck.
Alt í einum vóru boð til henda óða mannin. Tað vísti seg, at hann var kommandantur á Skansanum í Havn. Vit vóru ikki úti í Hesti longur. Vit vóru sum í dreymi flutt til Havnar. Og boðini vóru á føroyskum. Knappliga skilti eg tað, sum sagt varð. Tvey donsk herskip høvdu tikið ófriðarskipið norðuri á Vestmanna. Men so varð aftur tosað á fremmandum tungumáli, eg mátti spyrja pápa, hvat ið sagt varð, og hann teskaði til mín, at næstan allir sjórænararnir vóru hongdir upp í gálgan, átta av teimum vórðu ikki dripnir, teir sótu nú í Skansanum. Men tað besta av øllum, tað ótrúligasta, var, at teir høvdu funnið Magnus niðri í lastini á ófriðarskipinum. Har hevði hann ligið í leinkjum. Ófriðarskipið hevði funnið hann úti á havinum, har hann lá og dreiv á einum rekatræ. Teir høvdu ætlað at gjørt hann til træl hjá sær, men nú var hann komin til Havnar í øllum góðum, akkurát soleiðis sum havfrúgvin hevði spáað, Gud havi lov og takk og prís afturfyri.
Nú kom hópur av fólki inn, ein hending fyri og onnur eftir trokaði á, eg fekk ikki fatur í øllum, tað var vónleyst at fáa greiðu á tí. Men stundum kom líkasum ein glotti í, og tá skilti eg, at boð vóru send út í Hest eftir Eyðun bónda og dóttur hansara Ásu, og at tey vóru komin til Havnar. Hygg, har gekk jú Magnus ljóslivandi. Akkurát tann sami, sum hann hevði verið. Sanniliga. Hann var einsamallur inni og hevði lítlar vónir um, at Eyðun fór at vilja geva honum Ásu. Men alt í lagi, so skuldi hann hava hana uttan hansara samtykki, segði hann, stóðst hvat av ið má. Kommandanturin kom inn í øðini sum vant og legði eftir honum. Eg skilti ikki hví. Donner und blitz, rópti hann, mein swert soll dich to plukfisk machen, elendicher kobold. Men hann fór avstað aftur uttan at gera nakað. Kanska tordi hann ikki, tí Magnus var bæði stórur og sterkur og púrt einki bangin, hann legði seg bara á ein bonk at hvíla seg, men hevði ikki ligið leingi, tá hoyrdist ein mýrisnípa láta uttanfyri. Hann leyp upp og stutt eftir hendi tað yndisligasta, ið henda kundi, Ása og Magnus háls-fevndust. Einki í verðini kundi vera undurfullari.
Hann segði henni, at hann hevði lagt ráð saman við einum manni av ófriðarskipinum. Brúsi æt hann, og tey skuldu rýma av landinum saman við teimum fongslaðu ófriðar-monnunum. Ása hevði einki ímóti hesum, tvørturímóti. Sostatt rýmdi hon útaftur, og Magnus legði seg aftur á beinkin. Tá hendi tað ræðuligasta av øllum ræðuligum.
Eitt vindeyga fór spakuliga upp, og inn kom ein øðiligur maður, eyguni skutust vilt í honum, skjúrtan var skrødd, og hann var allur tað bera blóð. Magnus leyp upp og skuldi leggja til hansara við einum svørði, men uppdagaði í evstu løtu, at maðurin var Brúsi. Brúsi hevði brotið seg út úr fongslinum, har hann hevði sitið einsamallur í einum rúmi, og nú var hann komin eftir kommandantinum. Um Magnus visti, hvar ið hann var. Tað var nú ikki so ringt at vita, tí kommandanturin var inni í síðukamarinum, so Brúsi hevði ikki langan veg eftir honum. Hann tók svørðið frá Magnusi, reiv eina hurð upp og hvarv. Tað hoyrdist brakan og rópan, og inn kom Brúsi við kommandantinum, og tað var ikki lukkuligt, hann fór við honum, syfti hann higar og hagar og lovaði at drepa hann á staðnum, um hann ikki í stundini kom við fongsilslyklinum, so hann fekk latið upp fyri vinmonnum sínum og loyst teir út úr fongslinum. Kommandanturin, ið hevði rópt og buldrað og reypað av, at hann var verðins raskasti og djarvasti maður, var nú ein elendischer kobold og bangin sum ein hara. Hann ristist av ræðslu, kreyp sum ein hundur fyri Brúsa, (fast taki honum, illa braki honum), og rætti honum lyklarnar.
So komu fólk og fóru, har var ein rokan og trokan, sum eg einki skil fekk í, men endiliga kom Eyðun bóndi inn, fólk royndu at tosa hann upp í lag, men hann stóð við sítt, at hann kundi ikki geva Magnusi Ásu, tí at hann hevði lovað Mikkjali hana. Men tá kom nakað heilt óvæntað á, nakað ófatiliga lukkuligt. Sjálvur Mikkjal kom inn og segði seg ikki vilja hava eina gentu, ið ikki vildi hava seg. Tað undurfulla hevði sigrað, tað vann á øllum trupul-leikum. Eyðun gav sítt samtykki, Magnus fekk Ásu, og øll vóru hjartans fegin, sjálvt kommandanturin. Ja, segði hann, nu skal vi alle - drekka festarøl - donnerwetter.
So var liðugt, vit fóru út, og hvør til sítt gjøgnum tað kalda vetrarmyrkrið. Kirkjugarðurin lá tætt við, og tað segðist fyri vist, at spøkilsini høvdu sonn dansigildi her millum neystini um næturnar, men beint nú gjørdi tað mær ikki mun, pápi og mamma leiddu meg, og harumframt hevði eg alt annað at hugsa um. Liðugt? Nei, liðugt var tað kortini ikki, tað undurfulla og tað ræðuliga høvdu andað at mær og fylt meg við eini nýggjari vitan um tað at vera til. Hvar mundi Magnus vera nú og Ása og havfrúgvin og sjórænarin og komm-andanturin og Eyðun bóndi og Dólgar og tað býtta beistið av eini gamlari konu, hvar vóru tey øll nú? Eg mátti spyrja pápa. - Hatta var bara ein sjónleikur, segði hann, hasi fólkini eru slett ikki til, tey spældu bara.
Vóru tey ikki til? Jamen, eg hevði sjálvur sæð tey, eg hevði hoyrt tey eisini og verið saman við teimum. Eg mátti spyrja av nýggjum, men fekk sama svar. Tey vóru ikki til.
Men tað kundi ikki passa. Vóru tey ikki til? Var tað undurfulla so ikki til meðni? Rætt er tað, at eg hevði kent Ásu og Magnus og onnur við aftur í mínum bygdarfólkum. Ása var Ása og kortini ikki Ása, hon var eisini Gretha, ein ung genta, sum stóð brosandi aftan fyri ein handilsdisk og flýggjaði vørur út til fólk. Og Magnus var Magnus, men hann var eisini Sámal, ein ungur sjómaður úr Fagradali, ið sigldi við sluppini Havdís hjá reiðaranum Borgardal. Men sama ger. Fyri mær var tað undurfulla til, havfrúgvin og hennara syrgni sangur, tann stóra lukkan og gleðin um, at Ása og Magnus fingu hvørt annað. Til var alt hetta líka so vist, sum eg sjálvur var til, - móður og troyttur á veg til hús saman við mammu og pápa og systkjum mínum, sum nú tosaðu hvørt í holið á øðrum um alt, vit høvdu upplivað.
Tað surraði og snurraði inni í høvdinum á mær, ja, eg var útlúgvaður sum eftir eina drúgva og strævna ferð. Tí at tað ræðuliga var jú eisini til, tann blóðdálkaði sjómaðurin, ið kom sundurskræddur inn gjøgnum vindeygað, eg mátti halda fast um hondina á pápa av tí. Eg var pøstur av kvøldinum, tað hevði hevjað meg til himmals, stoytt meg niður aftur á jørðina og aftur lyft meg upp í ljósið. Tað hevði tveitt meg millum størstu sorg og djúpastu gleði. Eg hevði upplivað ljótasta óndskap, men eisini blíðasta eymleika og yndi, hevði ferðast gjøgnum øði og hevndarhuga, grát og látur, ræðslu, dirvi og treysti, ein baldrutur túrur. Men eg hevði sterkast av øllum við egnum eygum og oyrum og øllum sansum sannað, at tað undurfulla var til. Sjálvt mín egni pápi kundi ikki taka tað frá mær. Og ein dagin fór eg at uppliva tað sjálvur, so satt sum eg livdi. Ein dagin fór eg at lata tað skína á meg, eg skuldi ikki vera nakað myrkursins barn sum kommandanturin ella tað gamla beistið, áh, eg skuldi vera sum Magnus, potz tausend dywel, havfrúgvin skuldi elska meg og Ása og allar gentur, eg skuldi lýsa upp í lívinum og leggja eitt ljós eftir meg, ið skuldi skína í allar ævir.
Heimildir
Dansk biografisk Lexikon, tillige omfattende Norge for tidsrummet 1537-1814, 1. udgave. Udgivet af Carl Frederik Bricka, 19 bd, Gyldendal, 1887-1905.
Bøgh, Erik: Fastelavnsgildet, 1855
Dahl, Árni: Bókmentasøga II, 1981
Dánialsson, Jógvan: Yrkingar, 1926
Effersøe, R.C.: Best man vera, sum er, 1895
Effersøe, R.C.: Gunnar havreki, 1889
Effersøe, R.C.: Hjá dalabóndum, 1890
Effersøe, R.C.: Hjá dalabøndrum, 1890
Effersøe, R.C.: Magnus, 1893
Effersøe, R.C.: Minnisútgáva. 2. bind. Josephina og Edw. Mortensen góvu út, 1917
Effersøe, R.C.: Rasmus Effersøe 1857-1957, minnisútgáva. Edw. Mitens gav út, MCMLVII
Effersøe, R.C.: Sjónarleikir, 1901
Effersøe, R.C.: Ymisk handrit. Føroya Landsbókasavn F XIV
Føringatíðindi nr. 3, mars 1892
Føringatíðindi nr. 2, februar 1893
Hammershaimb, V.U.: Færøsk Anthologi II, ordsamling og register, Jakob Jakobsen, 1891
Heinesen, Jens Pauli: Tað undurfulla. Brot úr bókini Nú ert tí mansbarn á foldum, 1980
Holm-Isaksen, Chr.: Sjónleikur í Føroyum, Varðin 5. bind, 1925
Hostrup, Jens Christian: En nat mellem fjeldene, 1850
Jakobsen, Jakob: Færøske folkesagn og æventyr, 1898-1901
Niclasen, Poul: Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara, 1948
Skarði, Símun av: Lambahjúnini Mikkjal og Magdalena. Varðin 2. bind, 1921
Tingakrossur, 1. árg., 1901
Tingbókin 1615-54, skrivað av og givið úr hevur Einar Joensen, 1953
Summary
The play ”Magnus” (written in 1892 by the graduate in agriculture R.C.Effersøe) is undoubtedly built on the tradition according to which the young man, Magnus, swam from the island Koltur to the neighbouring island Hestur. On its appearance the play was announced as ”a scene of Faroese life from 1615”. This year is consistent with the inclusion in the play of some historical figures: the Danish admiral Jørgen Daa, who in 1615 won a naval action against the notorius buccaneer Juan de Mendoza, whereupon some of the pirates were hanged in the village of Vestmannahavn, the administrative officer in the Faroe Islands at that time, Strange Madtzen, who was in charge of the trials concerning the demolished gallows in Vestmannahavn, and the farmer Mikkjal from the village Lamba, who remarried in 1617. In the play these events are interwoven.
After swimming across the sound to meet his beloved, he is met by the girls’s father who doesn’t want Magnus for his son-in-law, but threatens to kill him if he doesn’t leave immediately. Magnus, still in the sea, has to let go and disappears, supposedly taken by the strong current and drowned.
However, first he is found and caught by the pirates, then he is released from his imprisonment by the admiral. Back in Tórshavn Magnus and his girl meet again, and all is well.
In an article succeeding Effersøe’s work in this booklet Árni Dahl comments on the different historical scources related to the play.
In the first volume of his autobiographical novels ”á ferð inn í eina óendaliga søgu” (1980-1983) ”Nú ert tú mansbarn á foldum” the author Jens Pauli Heinesen (1932-2011) describes how he as a little boy in the late 1930ties experienced a wonderful performance of the play in his native village Sandavágur. This charming description is included in ”Leikrit 4”.