Skip to main content

Ófriðarligar tíðir

Kristin Holm Isaksen

Søgumynd í trimum pørtum

Leiktur fyrstu ferð í 1908

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

Tey leikandi

Løbner, kommandantur

Hammershaimb, fúti

v. Hompesch barónur, “Brillumaðurin”

Nólsoyar-Páll

Súsanna á Kák, “klók kona”

Elsba í Knútsstovu, tænir hjá fútanum

Jógvan  í   Steikarhúsi,   korpurálur   á skansanum

Elin, kallað ”Pusifellan”, systir hans

Dánial Niklasson, ”hjá Lilla”, kallaður ”Kleyvardrongur” ella „Greivin av Orient”, bóndasonur úr Nólsoy

Ada á Ryggi, í húsinum hjá Løbner

Janus, bróðir hennar, skrivaradrongur hjá fútanum

Skipari Hansen

Nólsoyingar, Havnarmenn, soldátar og matrósar

 

Sjónleikurin byrjar nakað tíðliga á morgni hin 1. juni 1808 og endar um kvøldið sama dag

 

To top

Fyrsti Partur

Í køkinum í Fútastovu. 

 Hurð aftast út í forstovuna vinstrumegin inn til fútans.

 

Áðrenn tjaldið fer upp, hoyrist Elsba kvøða:

Fuglin í fjøruni

við sínum nevi reyða,

mangt eitt djór og høviskan fugl

hevur hann greitt úr deyða.

Fuglin í fjøruni.

(Elsba stendur og vaskar upp.   Súsanna kemur inn vinstrumegin.)

Elsba
Nú, Súsanna, hvussu stendur til við hasum gamla?

Súsanna
Ájú, nú fer hann at vera raskur; tað var hasin svullurin undir arminum, men hann hevði tó ongatíð so stórt uppá seg. Hin gamli er nakað ørkvisin, skal eg siga tær.

Elsba
Tað man so vera. Men hvat bagir Janusi í dag? Fer hann ikki á skrivstovuna? Eg havi ikki sæð hann enn, og nú stendur hon í landsuðri.

Súsanna
Hvat bagir tær, lítla mín, at tú spyrt so tráliga eftir honum?

Elsba  
Mær! Mær bagir einki.

Súsanna
Fást ikki við Elsba! Heldur tú ikki, at eg langt síðani havi grunað, at tit høvdu nakað saman. Veit eg ikki, hvussu Janus er vorðin í hesi seinastu tíðini, síðan tú fór at lifra við hann, hvussu tungur og stúrin hann gongur viðhvørt, so mær reiðiliga sker hann í hjarta, og so aðrar dagar so ovfarakátur, at hann er nærum at velta húsið um koll. Men mær tykist, at tær tungu løturnar alt verða fleir og fleir hjá honum, og tað er tín skyld, Elsba!

Elsba 
Mín skyld?

Súsanna
Ja, tú spælir við hann eins og kettan við músina. Ein dag veitst tú ikki, hvussu blíð tú skalt vera við hann, dagin eftir sært tú hann ikki og talar ikki til hansara. Tú veitst ikki, hvussu nær hann tekur sær hetta; hann tegir og goymir alt hjá sær sjálvum. Hinar dreingirnar kundi tú flogsa við, so nógv tær lysti, men Janusi kanst tú volda hjartamein fyri lívið.

Elsba
Eg havi ikki ætlað at volda honum mein.

Súsanna
Tað veit eg, Elsba, men ein ger ofta teir mestu skaðar av gáloysni. Tú ert so vitug genta, at tú ikki kann vænta at koma í hjúnalag við Janus, - ella heldur tú, at ríki Jákup norðuri í Stovu fer at geva son sín til eina púra fátæka Havnargentu?  Men áðrenn Janus er komin so vítt, at hann er blivin sjálvbjargin, hevur tú mangar ferðir gloymt hann, og so verður hann kanska eitt hálvt ólukkudýr sum navni hansara, Jens Svaboe, studenturin. Tí sigi eg tær, Elsba, vilt tú Janusi væl, so halt uppat í tíð.

Elsba
Íðan, hvat vilja tygum, eg skal gera?

Súsanna
Trúlova teg við Jógvani í Steikarhúsi. Hann er so prúður drongur, sum nøkur genta kann ynskja sær, um hann júst ikki er nakar unglingi longur, og hartil skikkiligur og arbeiðssamur. Og tú veit, hann er góður við teg.

Elsba
Ja, tað kann væl vera, men hann er so gamal, at hann gott kundi verið pápi mín, og heldur ikki havi eg hug at trúlova meg enn. Tað hastar einki.

Súsanna
Nei, hatta er tað, eg veit; soleiðis tosa allar - flogsur tykkara! Men ansa tær, at tú ikki, áðrenn tú veit av, verður ein slík hálvgomul titta, sum einki mannfólk skoytir um.

(Elsba fer út við nøkrum fiskagreipum og heingir upp uttanfyri)

Jógvan
Fást ikki við, Elsba, at heingja upp fisk til fransmenninar. Teir fáa nokk fatur á honum kortini.

Elsba  
Fransmenninir?

Jógvan
Ja, heldur tú hasin fiskurin sleppur at hanga og ræstna? Áðrenn kvøldið er liðið, er hvør murturin stolin. (Kemur innum)

Súsanna
Jógvan, tosa nú álvara! Hvat eru tað fyri fransmenn, tú mølmar um?

Jógvan

So, tit hava einki frætt? Tað er nú heldur ikki meir enn ein løta síðan, at skipið kom inn á vágna, - tað hevur illa ankrað enn. Eg hitti ein miðving niðri á Vippuni; hann hevði verið loðsur hjá hesum fremmanda skiparanum, og hann segði mær, at skipið var franskt, og at tað skuldi blíva verandi her undir Føroyum alt summarið at verja okkum ímóti fíggindum.

Súsanna
Hatta man vera sama lygnin sum tann, kapteynurin Baugh narraði Nólsoyar Páll við, tá hann segði seg at vera franskur og at vera komnan higar at verja okkum móti eingilskmonnunum. Vanlukku fransmaður var okkum. Tríggjar vikur aftaná fingu vit sjón fyri søgn, hvat henda verja hevði at týða. Ikki trúgvi eg, at hesin fransmaðurin fer at roynast betur.

Jógvan
Ánei, tú kanst hava rætt í tí, Súsanna. Tað er nóg væl, at kommandanturin ikki longu hevur sent hesum jassunum einar tjúgu av okkum umborð til tinganest, men tað nýtist ikki nú, sjálvsagt; nú er skansin nóg verjuleysur kortini.

Elsba 
Hvussu tá, Jógvan?

Jógvan
Hvat tramin var tað annað, hann sendi okkum allar teir frægastu menn, hann átti, umborð til enn at sleppa sær undan at verja skansan!   Tað var eisini tað fyrsta, hann orsakaði seg við, tá tað var brigslað honum, at hann hevði givið seg undir uttan mótstøðu: Hann kundi einki gera, tá ið tjúgu teir bestu menninir vóru tiknir frá honum. - Á, eg gloymi ikki, hvussu harmur og argur eg var, tá hann koyrdi okkum umborð við Schwentzen, sjersantinum, aftaná hinar 12, sum ikki vóru komnir í land aftur. Schwentzen var bleikur av øði og beit á kamp, tá hann rendi frá landi; eg hoyrdi hann mutla innantanna, tá vit róðu út eftir vágni: Fa'n han steikje den gamle kontorkrakken, han! Og so, tá ið vit løgdu at og komu upp á dekkið. Allir sum ein skúgvaðir niður í lastina - har sótu hinir tólv. Eingin mælti eitt orð, vit orkaðu ikki fyri harmi. Og tá vit so hoyrdu hurrárópini frá eingilskmanninum og fataðu, at nú var skansin tikin, - ja, tað skal eg siga tygum: Hevði Løbner verið har, hann hevði ikki róst av tí. Teir hóttaðu við knýttum nevum - og grótu sum børn.

Súsanna  
Tað hevur verið tær ein tung løta.

Jógvan  
Tað var hon. Eg gloymi hana ikki.

Súsanna
Hon var heldur ikki ov stuttlig hjá teimum, ið heima vóru. Tað var alt at gera, at havnarmenn ikki sjálvir tóku skansan inn og løgdu hond á kommandantin, so uppøstir vóru teir. Og Berg, sjersanturin, sum bað og bønaði, hóttaði og svór, men einki batti. Vága-Rasmus, hin rádni, stóð úti í loynigongini við byrsuni og siktaði á teir fyrstu eingilskmenninar, ið komu - hann skuldi taka tveir fyri skotið, helt hann - men ólukkutíð, byrsan klikti. Hann hevði gloymt at seta fýrsvampin á. Og tú kanst trúgva, tað var við ringum tannabiti, at teir tveittu vápnini frá sær, tá ið teir hoyrdu boðini frá honum sjálvum: ”Kast jer ned Børn og stræk Gevær!”

Jógvan 
Eg veit tað, Súsanna, eg veit tað.

Súsanna
Harrin má vita, hvat nú stendur fyri durum. Hinir lótu bygdina og fólkið í frið, teir góvu í stórum, heldur enn teir tóku. Skonrugsbreyð og keks treyt ikki hjá teimum. Men hvør veit, hvussu hesir fara at arta sær? Eru teir ránsmenn, so hjálpi Harrin okkum øllum, tí teir, ið skuldu verið verjar okkara, teir eru fyrstir at svíkja okkum. Bert teir vita seg vandaleysar, leggja teir traman í, hvussu føroyingum gongst. Nólsoyar-Páll hevur grein í sínum máli, tá hann leggur teim høgu harrum hesi orð í munnin: Vertin á, hvat annar fær, - eg skal nøra at mær. Áh, Páll, Páll! Høvdu vit nú havt hann!

Jógvan
Hann man ikki fara og verða leingi burtur. Nólsoyingar mannaðu bát, alt fyri eitt teir bóru eyga við hetta skipið vesturi í havinum, og spentu av stað norð í Vág at fáa Páll við sær higar. Teir mugu brátt fara og verða her.

Súsanna
Harrin havi lov fyri Pálli! Hann er tað einasta, vit nú hava at líta á, tó at teir allir embætismenninir og leggøld teirra royna at forða honum, tað teir eru mentir. Áh, eg minnist so grangeviliga ein dagin, eg tænti hjá fútanum tá; - hann hevði hækkað durakarmin, at eingin skuldi renna høvdið upp undir hann. Teir spældu utanfyri, smádreingirnir, og har ímillum Páll. Tá hann hoyrir, at fútin sigur: ”Nu skal da ingen slaa sit Hoved mod Dørtræet!" hvørvur hann og kemur aftur á høgum styltum, fer inn igjøgnum dyrnar og slær sjálvsagt høvdið í. „Bannað verði henda hurð, so lág hon er!" rópar hann. ”Aa, din Skælm, saa skulde du dog gøre mine Ord til Løgn”, rópti fútin. Lítið vardi hann, at Páll skuldi verða honum ein slíkur meinbogi, sum hann bleiv!

Jógvan
Ja, og lítið vardi eg av, at eg skuldi verða Nólsoyar-Pálli ein so trúgvur fylgisveinur, tá eg fyrstu ferð hitti hann úti í fjørðinum; eg var sendiboð frá ”Falkinum”, Løbner vælsignað; eg legði at honum við skansajaktini og spurdi hann, um hann hevði síni sunnheits- og koppaprógv. Tá kom hann mær so nasadjarvur ímóti: ”Heilsa tú kommandantinum, hin gamli, og sig honum, at Nólsoyar-Páll skal lata hann fáa tey, tá til ber; hann hevur einans eina avskrift av teimum”. Tá dámdi mær ikki Nólsoyar-Páll.

Súsanna
Áh, tín býttlingur, Jógvan! Nei, hevði hann boðið tær niðurundir og sýnt tær blíðskap, so tú kundi borið tey boðini aftur til harra tín, so var hann ikki tann maður, hann er.

(Løbner kemur. Jógvan heilsar).

Løbner (við Súsonnu)
Er Landfogden hjemme?

Súsanna
Júso, Fútin er inni. Eg hugsi, hann etur morgunmat júst nú.

Løbner
Tak, det er godt (fer inn til fútans).

Jógvan
Nú skulu teir mestur oman á Vippuna at taka ímóti hasum franska skiparanum.  Hann man brátt fara og koma í land.

Súsanna
Íðan so, so noyðist eg at fara inn aftur at hjálpa honum sjálvum í frakkan, tí hann sleppur ikki í einsamallur (fer).

Jógvan. Elsba.

Jógvan
Nú Elsba, hevur tú einki at siga mær?

Elsba
Eg dugi ikki so væl at siga søgur sum tú. Sig tú heldur mær okkurt.

Jógvan
Tað, eg havi at siga, man vera tær so kunnugt, at eg ikki nýti at taka tað upp aftur. Annars máttu vit verið ov leingi og ov væl kend til, at eg skal hava forskylt av tær, at tú slært tað upp í háð, sum eg spyrji teg av fullum huga.

Elsba
Nei, góði Jógvan, tað var ikki ætlan. Tú mást fyrigeva mær, men eg veit álvaratos ikki, hvat eg skal svara tær.   Eg eri góð við teg, tað er einki yvir at dylja, men tað er, mest sum tú kundi verið beiggi mín. Og ta góðskuna hugsi eg ikki, tú skoytir um.

Jógvan
Jú, Elsba, ert tú bara góð við meg, so ivist eg ikki í, at tað, sum í restar, kemur av sær sjálvum, tá vit eru gift.

Elsba
Jamen, eg havi ongan hug at giftast - enn at siga. Tað er so nógv ov tíðliga hjá mær at fara í básin, eg vil sleppa at ganga leys og spæla mær eina løtu enn.

Jógvan
Ja, teir tróta ivaleyst ikki, sum fegin vilja spæla við teg. Hevur tú sæð Janus í dag?

Elsba
Áh, hann! Tann smádrongurin! Men yrkja, tað dugir hann; tú skuldi hoyrt ein sang, hann hevur yrkt til mín! Hann er vakur, skal eg siga tær.

Jógvan
So! Íðan, so lat meg hoyra hann. Tú dugir hann sjálvsagt uttanat, tað er ikki at ivast í.

Elsba
Eini tvey ørindi hugsi eg, eg dugi (kvøður)

Eg elski tíni eygu, tey droymandi bláu,

eg, elski tínar varrar, teirra fríska reyða lit.

Tær góvu mær so mangan ta fagrastu gávu,

sum styrkir og vekur bæði vónir og vit.

 

Eg elski tínar føtur, so álvalætt teir dansa,

eg elski tínar armar, teirra fevnandi mátt.

Hjá tær vil ei nívandi sorgir eg ansa -,

øll skýggini týnast, og loft verður blátt.

Jógvan (spotskliga)
Tað sigi eg! Ein slíkur elskhugsbrandur má saktans kola upp ta neyðarsgóðskuna, tú kanst hava fyri einum slíkum sum mær. Tú kanst neyvan siga sum Danimeya: ”Um vit hava lagt ástir saman, nokk er eftir fyri teg.”

Elsba
Jógvan!

Jógvan
Fást ikki við! Nakar Álvar-Jógvan ætli eg ikki at verða.

Súsanna (út í dyrnar, rópar)
Jógvan, kommandanturin vil tala við teg! (Inn aftur.)

Jógvan (fer)

Elin (inn)
Ájeya meg - á, er tað tú, Elsba?  Er Jógvan beiggi ikki her?

Elsba
Hann er inni hjá kommandantinum.  Hvat stendst á?

Elin
So fari eg beinanvegin inn til teirra. Eg skal mín sjel spyrja ”brendu brók”, um eingin lóg og rættur er til her í staðnum, so eitt einsamalt konufólk kann ganga í frið í havnargøtum fyri hesum tramans búrkroppunum, - eg skal so pínadoyð - Harrin forláti mær ...

Elsba
Sissa teg, sissa teg, Elin. Rópa ikki so! Hvat er tað nú, sum hevur gjørt teg á rokinum?  Hevur nakar verið eftir tær?

Elin
Ja, tú mást so spyrja! Mín sjel og sáligheit var eg ikki so umringd av hesum devilsungum, at eg hvørki slapp aftur ella fram.   Men teir sluppu heldur ikki ósleiktir - há nei, henda gamla letur seg ikki lumpa so.

Elsba
Set teg niður og sig mær, hvat er viðurfarist. Nú kókar kaffið, so skalt tú fáa ein góðan munn.

Elin
Á, Harrin signi teg, mítt einglabarn; ein kandisbita afturvið! Jú, veitst tú - eg fari í lýsingini oman á Sand við bukkuni sum vera man undir fyriklæðnum - ikki er hon stór, veitst tú - eg vardi av ongum so árla á morgni; tá er ein riðil uttan um meg alt í einum av hesum Belsabubs yngli, sum úti rekst bæði tíðliga og seint, og har skrólar hvørt í gákin á øðrum: Hygga Pussifellan! Pusifellan er tjúkk! Pusifellan er við barn! Ja, hevur tú hoyrt so skapt! Tað spann so fúkandi ilt í meg, eg gjørdi ikki vandari enn holvdi bukkuna út yvir teir, ið næstir vóru. Tá skuldi tú sæð eina sjón - áh, tú góðasti Gud!   Og so loysti henda gamla av yvir teirra synduga høvur ... og beinanvegin yvir í skansa at fáa fatur í Jógvani, men har var hann ikki. So hugsaði eg, hann mundi vera her.

Jógvan (letur upp hurðina)

Løbner (hoyrist utanfyri)
Nah, Landfoged, saa skulde vi jo gøre den fremmede Capitain vor Opvartning.

Fútin (uttanfyri)
Det bliver sandt for Dyden en sølle Repræsentation, jeg stiller op. Aa, Susanne, husk paa at have Grødomslaget i Beredskab, til jeg kommer hjem.

Jógvan (inn)

Elsba  
Nú, hvat vildi kommandanturin?

Jógvan
Eg skal fara niðan til hansara alt í einum og biðja Adu á Ryggi sum skjótast borðreiða døgverða til 4 mans, tað besta, húsið formár. Síðan skal eg yvir á Skansan at taka vaktina eftir Vága-Rasmusi.

Elin
Jógvan bróðir, eg eri júst komin at biðja teg hjálpa mær at melda hesar devilsungarnar, sum ikki kunnu lata meg, neyðars einsliga konufólk, í frið.

Jógvan
Tað er ikki fyrsta ferð. Men nú havi eg ikki stundir (fer).

Elsba
Tað er vorðið sum bragdið, tú longu hevur avrikað. Tú kanst treingja til ein munn. Ver so góð (setur kaffikopp og sukurmola fyri hana)

(Tað bankar)

Elsba
So, hvør man nú hatta vera? Kom inn!

Dánial hjá Lilla (inn)

Elin (vendir sær á, sær hann)
Áh, pínadoyð! Greivin av Orient!

Dánial
Bon jour, mesdames! Is the sherif at home?

Elin
Áh, halt gákin til á tær, Dánial hjá Lilla, ella tosa sum fólk! Skilja vit krákumál títt?

Dánial
Min Svanelille maa ikke vredes. Man har faret saa vide om i Verden og talt saa mange Tungemaal, at man let glemmer det hjemlige Bondesprog - lingua rusticus.

Elin
Ein rustikustur kanst tú sjálvur vera, tín... kleyvardrongur!

Elsba (nígur)
Hvad ønsker Grev Niclasson esquire?

Elin
Nei, hygg at hasum apuspjótinum! Nú heldur hann seg mín sjel vera komnan aftur í Glæstriborg til dúgvuna hjá prins Kehraus.

Dánial
Áh, kom ikki við hasum tvætlinum, slíkar devils lygnir, sum Páll í Abbastovu pentar saman, tann skúmisleivin. Nei, men satt er tað, tygum eru sum ein dúgva, Elsbelil, so rund og bleyt og hvít (setur seg hjá henni og teskar við hana).

Elin (aftanfyri hann)

Krakk, krakk, krakk!

inte mere snak!

hverken hun eller hendes Forældre ville,

at hun skal have Daniel hos Lille.

 

Dánial (á føtur)
Á halt eina ferð kjaft, tín skræðugákur! Tit áttu at verið greipað, Páll í Abbastovu og tú.

Elsba
Setið tygum bert niður aftur, harra Niclasson og leggið ikki í hana. Sigið okkum heldur eitt sindur frá, hvussu vorðið var har inni hjá prinsinum. Tær vóru væl nakað yndisligar, dúgvurnar?

Elin (setur í at kvøða)

Tríggjar dúgvur vóru har, -

ein setti seg á hans knæ,

ein við hvørja liðina,

- tað fell so væl í lag.

Tær fóru eftir nátturða

og bóru honum steik;

ein var reyð og onnur brún,

triðja var so bleik.

Var tað hin reyða, tú svavst hjá, óreinsettur?

Elsba
Tegið nú, Elin! Forteljið tygum bara, Dánial!

Dánial
Á nei, tit hava ikki fantasi til at teinkja tykkum ta herligheit, ta elegance, tað ... sybarisme, sum har var. Tað var annað lív fyri ein kavaler enn her heima millum hesi bóndabeistini og teirra tøð og tara. Oh, Amanda! oh, Clothilda, oh, Annetta, tit perlur millum kvinnur!

Elin
Nei, hoyr handa turkin! Hevði tú allar í senn, tín mamelukkur?

Dánial
Oh bien! hvat veitst tú um elskhug, Elin? Tær vóru jú allar so sterbens forliebtar í mær, og eg kundi tó ikki gera meg til óvins við tær - eg var jú gestur hjá prinsinum!

Elin
Jú, forbankað! Vorðið sum gestur tú vart! Kravdi ikki bæði tyttan sjálv og ”prinsurin” teg eftir peningi fyri kostarhald - og annað - tann morgunin, tú royndi at sníkja teg burt? (kvøður)

Prinsurin tók á honum fatt:

Veit tú, hvat eg teinki:

Meinar tú tín argi skálkur,

eg kosti teg fyri einki.

 

Bangheit mundi so betaka

knappliga kundi at mæla:

Hoyr tú tað mín náðigi harri,

hvat er at betala?

 

Dúgvan so til orða tekur,

gerst hon nú so grimm:

Tú hevur at betala

okkum dálarnar fimm!

 

Tá mundi vera lítið um teg, óreinskusettur!

Elsba
Var tað soleiðis vorðið, Dánial Niclasson?   Tví for ein skamm!

Dánial
Lurtið ikki eftir hasum skolinum, dukka mín.   Hon lýgur hvørt orð.

Elsba (kaldlig)
Hvat vóru so ørindi tygara higar?

Danial
Ja, tað er mafoi sannheit; nú hevði eg nærum gloymt tað. Eg ætlaði at hitta fútan og biðja hann bera boð fyri meg til henda franska kapteynin, um hann ikki hevur brúk fyri einum loðsi.

Elsba
Fútin og kommandanturin fóru út á Vippuna í áðni at taka ímóti honum.

Dánial
Ná, so hitti eg teir kanska. Adieu, mes dames! (fer).

Súsanna (inn)
Eg hugsaði tað mundi vera málið á Elini í Steikarhúsi, eg hoyrdi.

Elin
Ája, so er, hon sjálv. Kjafturin liggur altíð eftir á mær.

Súsanna
Hvat var tað, tú vart so málmikil um?

Elin
Áh tig bara, tað var hasin kurlifaksurin Dánial hjá Lillanum í Nólsoy. Eg kann ikki fortorga hatta letingavætti fyri mínum eygum, sum hatta gongur og skapar sær. Banka: liggur á knæ og slær gras, tímir ikki at standa.

Súsanna  
Hvat ørindi hevði hann?

Elsba
Hann vildi hitta fútan; hann ætlar at vera loðsur hjá hasum franska kapteyninum.

Súsanna  
Hygga síggj!

Elin
Okkurt skálkabragdið man hann nú fara og avrika í útlondum aftur, sleppur hann við. Hann hevur ikki gjørt annað, síðani hann dugdi at knappa sær brøkurnar.

Elsba  
Nú fert tú illa við honum!

Elin
So tað heldur tú! Hvussu gamal mundi hann vera, tá hann leikaði trøll millum veggja og brósts í Kongsstovu og nísti og buldraði so, at vit, sum har inni vóru, mundu mist vitið av ræðslu; vit bæði lósu sálmar og signaðu okkum. Og tá hann umsíður leyp úr skotinum, og Jógvan beiggi bar eyga við hann og tók at renna eftir honum, var beistið so bannsett, at hann leyp niður í Vágagjógv og helt sær í tangbjøllunum, til Jógvan var farin sín veg.

Súsanna
Eitt forherðilsi hevur altíð verið. Tað gav ikki minst at bíta, tá hann seldi gyllina norðan fyri Ryggjagarð fyri nakrar geldseyðir - bara til at erpa sær av ríkidømi. Tá var magatamb eystri á Látrinum; kráka hevði ikki kunnað vunnið niður gjøgnum fløtpottin, tá seyðurin var kókaður, søgdu nólsoyingar.

Elin
Og nú berjast tey um eina seiðaskræðu (kvøður)

Látrið tað er niðurdottið,

kobbarnir svølta inni.

 

(reisist) Nei, nú man vera best hjá mær at fara og fáa døgverðapottin uppyvir (fer njórandi)

 

So mjólka tey Kollu,

ymsar liðir venda,

taka so eina fjøður

og stinga í boppuenda.

So mjólka tey Kollu.

Súsanna
Nú, Elsba! Hvussu veit við hjá Jógvani og tær? Eg hoyri, tú sang so lystiliga fyri honum.

Elsba
Eg fekk takkarlønina afturfyri. Hann rýmdi í illsinni.

Súsanna
So manst tú sjálv hava verið atvoldin. Hvat var tað, tú sangst?

Elsba
Tað vóru bert tvey ørindí av hasum kvæðnum, Janus hevur yrkt.

Súsanna
Óreint í teg, so ónærisliga tú bert teg at móti hasum dreingi. Nú hevur tú kanska stygt hann burt við alla.

Elsba
Er hann so smásárur, má hann fegin fara fyri mær (fer, men kemur alt fyri eitt innaftur, algoyst) Á, Jesus, nú koma teir!   Eg leyp líka í barmin á trøllinum.

v. Hompesch (stingur høvdið inn um dyrnar)
Ah voila! (skoðar Elsbu) Charmant! (inn) Gottak, ma petite demoiselle! Hvat 'eter du?

Elsba
Hvat eg eti? Alt, sum mær dámar: Grind og spik og skerpikjøt og ræst kjøt og grunningshøvd ... og ...

Fútin (inn)
Hahaha! Pigen tror, at Hr. Baronen spørger, hvad hun spiser - æder. Nej, Elsebil, det er dit Navn, Baronen spør’ om.

Elsba  
Óreint í hatta so tosar!

Hompesch
Hahaha! Nah, ma cherie, liter 'un kodt Fraansmæhn?

Elsba  
Ikke teg, í hvussu er.

Hompesch  
Hvat siger den Bigh?

Fútin  
Hun siger, at hun elsker Dem.

Hompesch
Oh, je vous aime! (vil fevna hana. Elsba undan) Tres bien - majet kodt! 'Ør, min Bigh!   Vilde du eje en sodan Ring a la den der (vísir á ein gullring, hann hevur á fingrinum).

Elsba (smílkast).

Hompesch
Gom ombur i min Skip met maj, when sjaj gor. So skal du fo den (vil kína henni).

Elsba
Káva uppi á tær sjálvum, ikki uppi á mær! (frá honum)

Hompesch
Hahaha! Une piquant maitresse!

Løbner
Hr. Baron v. Hompesch. Lader os gaa hjem til mig, saa kan vi se indom til Skipper Hansen.

Hompesch
Bien! (kyssir á fingurin til Elsbu) Adieu, ma cherie!

(Teir fara)

Elsba
Harrans ólukka sum hatta sær út!

Súsanna
Ikki trúgvi eg, at hatta er nakar franskur barónur. Hann sær mær heldur út sum ein sjórænari av versta slag.

Skipar Hansen (kagar inn)  
Goddag!

Súsanna
Eyaeya meg, skipar Hansen! Tygum doyggja ikki í ár!

Hansen
Aanej, det var heller ikke min Agt.   Men hvad mener I dermed, Susanne?

Elsba (út).

Súsanna
Ájú, kommandanturin orðaði nakað um, at teir skulu fara niðan til tygara; hasin franski barónurin, von Hompesch nevndi hann hann, hevði spurt eftir tygum. Harrin má vita, um hatta ikki er ein rámur ránsmaður; hann sær mær ikki mætari út.

Hansen
Ja, man kan saa sandelig være forberedt paa alt i disse Tider. Rigtignok har han hejst fransk Flag, men hvem ved, om det ikke er paa Skrømt! Mandskabet er engelsk; det hørte jeg af Thomas Rasmussen i Midvaag, som har lodset ham herind paa Vaagen. Og som han ser ud, skøtter jeg kun lidet om at være hans Lods til Island, hvis det er det, han vil mig.

Súsanna
Tað munnu tygum fara og sleppa frá. Dánial Niclasson úr Nólsoy - Dánial hjá Lilla, tygum vita - ætlar at biðja hann lova sær við sum loðsur. Hann var her í áðni.

Elsba (inn, hjartkipt)
Á, Jesus mín, hatta er tann bøðilin ið er.

Hansen
Nu, Elsebeth, hvad er der paa Færde?

Elsba
Áh, farið og hjálpið konu tygara! Eg var komin niðan í Koytu, tá hoyrdi eg eitt so ræðuligt málageip har inni hjá tygum; eg helt meg kenna røddina, og so var. Stendur ikki hasin vargurin, fransmaðurin, og goyr framman fyri konu tygara sum eitt ótt, tí tygum ikki vóru inni. Hon var so hjartkipt, at tá eg kom til, fell hon í óvit. Tað var alt at gera, at eg fekk loftað henni, áðrenn hon small. Hon var so ússalig, tá hon raknaði við aftur, at hon mátti leggja seg á songina.

Súsanna
Tað er ikki undur í, hon sum er so nógv við barn!

Hansen
Min stakkels kone! Hvad skal jeg dog gøre! Gaar jeg op til hende nu, saa fanger han mig og slæber mig med sig, og saa ser jeg hende maaske aldrig igen.

Súsanna
Kennir hann tygum, ella tygum hann?

Hansen
Akja, desværre, Susanne, jeg har kun ondt at vente af den Mand. Jeg maa se at skjule mig et eller andet Sted, men hvor?

Súsanna
Eg veit ikki betur, enn at tygum royna at sleppa tygum ósæddur onkustaðin niðan í hagan. Eg skal fara niðan til konu tygara og verða hjá henni; hon má ikki liggja einsamøll.

Hansen
Ja tak, Susanne, og hils hende fra mig (fer).

Elsba
Ikki fati eg, at hann orkar at fara frá henni, tá soleiðis stendur til!

Súsanna
Onei, nakar mansligur atburður er tað júst ikki. Men tað er ivaleyst ikki av ongum, at hann ræðist fyri at koma í klørnar á hasum „fransmanninum".

Nólsoyar-Páll (inn)
Góðan dag, Súsanna, og Elsba, guðdóttirin!

Súsanna
Áh, Páll, vælsignaður, ert tú komin! Nú stendur illa til hjá okkum.

Páll
Ja, Súsanna, nú stendur illa til í Føroyum, men ikki fara vit at falla í fátt fyri tað.  Hvussu veit við her?

Súsanna  
Áh tegið í Guds helliga navn! Nú er aftur ein búrkroppur komin at herja hesar neyðars oyggjar; fer hann fram, so sum hann longu hevur borið seg at, so spyrst einki gott burturúr.

Páll  
Tað er hasin fransurin, ið komin er?

Súsanna
Ikki man hann vera meiri fransur, enn hin var tað, tó hann segði so í fyrstuni.

Páll
Nei, eg hugsi so við. Teir ætlaðu at narra meg, tá ið eg fór umborð til teirra í Kalsoyarfirði og spurdi teir, hvaðan teir vóru. Eg hevði latið meg í tey verstu vásaklæðini, eg átti, at teir ikki skuldu fáa illgruna, og spurdi teir fyrst uppá danskt, men eingin ønti; so royndi eg eingilskt, men tað segði tað sama. Tá vildu teir reiðiliga ikki geva seg til kennar. So fór eg at tosa týskt, og tá var so frætt, at eg fekk svar. Men eg sá og hoyrdi fullvæl, at teir vóru eingilskmenn, - ein hevur tó ikki ferðast so víða um heimin til einkis. - Á sum eg iðri meg eftir, at Marin Malena skuldi fáa meg til at fara norðaftur alt fyri eitt, og eg ikki steðgaði í Havnini til tess, hann var komin higar. So hevði kanska eitthvørt verið øðrvísi, enn tað var. Men sigið mær: hvussu er hetta djórið vorðið?

Súsanna
Lat Elsbu greiða tær frá tí. Hann hevur longu biðið hana til kvøldarvív umborð á skipinum hjá sær.

Páll
Tað sigi eg, guðdóttirin! Og tú tekur við boðinum, sjálvsagt!

Elsba
Tegið við tykkum! Nei, hann er hitt ljótasta skepilsið, eg havi sæð gingið í brókum. Hann er gráur, sum ein huldumaður, frá høvur til sporl, knokkurin er einar tvær alin í ummáls, og skallin so berur sum... -

Páll  
… sum ein barnareyv.   Nú, og so?

Elsba
Ja, og so hevur hann nakrar øskulitaðar bustir undir nøsini, posakjálkar og tarvaháls. Og ræðulig glareygu.

Páll
So man hann vera heldur ræðiligur. Og hann skalt tú, neyðarbarnið, fara umborð til?

Elsba  
Nei, fyrr rými eg av landinum.

Páll
Við mær, - tí annars sleppur tú ikki. Men tað hevði hugað mær at fingið handa jassin at sæð. Hvar man hann vera nú?

Súsanna
Teir fóru niðan til kommandantin við honum, at eta døgverða ætli eg.

Páll  
Var Skúgvurin við?

Súsanna 
Fútin? Ja.

Páll
So er best, eg sleppi mær upp í leikin. Far væl so leingi (fer yvir at durunum).

(Róp og geyl hoyrast uttanfyri av druknum matrósum og gnístan av konufolki).

Páll  
So, nú er eldur í koluni!

(Tjaldið fellur).

 

To top

Annar partur

Stova hjá kommandantinum. Veggirnir eru skilaðir sundur í fýrkantar við málaðum myndum á; uttanum og undir beltinum hvítir við gyltum listum.

Aftast hurð uttar í forstovuna; ein dragukista í øðrum horninum, í hinum eitt klaver. Vinstrumegin hurð frá salinum, høgrumegin hurð til køkin. Frammi í stovuni borð og stólar.

(Ada á Ryggi og ein arbeiðskona inn vinstrumegin).

Ada
Far tú uttar og set ketilin útá til punsin og kom so innaftur og gakk teimum til handa við borðið. Eg má fara og hampa eitt sindur herinni. (Gentan fer, Ada ruddar, leggur dúk á borðið).

Janus (inn úr køkinum)
Góðan dag, Ada systir! Kann eg koma inn eina løtu?

Ada
Ájú, Janus bróðir, enn er kanska friður av teimum eina løtu. Teir eru júst farnir undir steikina.

(Gentan inn við borðiskum, út vinstrumegin).

Janus (setur seg smoykin við dyrnar).

Ada  
Nú, góði Janus, hvat bagir tær? Tú sært mær so følin út.

Janus 
Áh, eg eri so leiddur av lívinum.

Ada
Tað sigi eg! Men tú ert jú eisini so væl til árs!

Janus
Altíð skalt tú spotta. Tú veitst ikki, hvat tað hevur at týða at kenna hjartað bløða av djúpum sárum.

Ada
Eyeyameg, tú tosar jú sum ein lestrabók, Janus!  Hvat er tað, tú meinar?

Janus
Tú kanst sjálvsagt ikki fata tað. Og tá er tað eisini tápuligt av mær at koma til tín.

Ada
Nei, góði Janus, hatta mást tú ikki siga. Eg taki fegin lut í øllum, sum nervar teg, og tað tordi verið, at eg ikki var so heilt óroynd, sum tú heldur. Sig mær so, hvat tað er, ið tyngir hjartað títt.

Janus  
Kennir tú Elsbu í Knútsstovu?

Ada  
Ta flogsuna, ja.

Janus
Tað kanst tú siga, systir, sum ikki kennir hana og einki veit um, hvussu sárt tað er at ynda, tá ein einki fær og missir.

Ada
Ájú, bróðir! Ikki eru tær kenslurnar mær ókunnugar, men tey eru ikki øll, ið bera tær á varrunum.

Janus
Tú! Eitt slíkt turkatræ, sum bara hugsar um at róta slógv saman til Falkin og hansara ræðfuglar, tú sum ikki eigur kærleiks yl í hjartanum...

Ada
Tig, Janus! Vart tú ikki beiggi mín, koyrdi eg teg á dyr í stundini. Hvat kanst tú, óviti sum tú ert, tosa um kenslur, og helst tær, ið berast fyri slíkum flogfuglum sum Elsbu í Knútsstovu. Jú, eg kenni til lít, hvat tað er at bera trá, har eingin leggur ímóti, men ikki skal Nólsoyar-Páll ella nakar annar kenna á mær, at „mær var av lagnu lagað at elska giftan mann".

Janus (ovfarin)
Ada! Ert tú góð við Nólsoyar-Páll?

Ada
Tig, bróðir, og lat okkum tosa um okkurt annað.

Janus
Góða systir, fyrigev mær tað, eg segði í áðni (tekur tvørtur um hana). Nólsoyar-Páll er verdur at elska.

Ada  
Tig, Janus!

Janus  
Eg gjørdi eitt kvæði um hann í gjárkvøldið. Vilt tú hoyra tað?

Ada  
Ja, lat meg hoyra. Janus:

 

Í vónloysi fólkið!   Hvør grindin var læst,

teir stýrandi binda so fjøtrandi fast

hvønn fuglin, sum leingist á flog.

Gud gævi, hitt lívandi trælsokið brast,

og vit fingu fríari boð!

Hvør hevur væl rætt til at binda tey bond,

sum ger, at hon tíðin er fátøk og ónd?

Eingin! so kvøður hvør íða:

Nær kemur „Royndin hin fríða"?

 

Væl verði tær maður, sum bygdi tær skeið

og sýnti, at enn kenna føroyingar leið,

at havið er fríasta rás.

Tú óttast væl ikki, um bylgjan gerst vreið,

og tóm gerst hjá bóndanum ás.

Tú vindur tær seglið í húnarhátt, -

teir stýrandi fáa so beiskan ein tátt.

Nú byrjar náttin at líða, -

fram siglir „Royndin hin fríða"!

 

Eg heilsi tær maður, sum siglir so væl,    

tú ræðist ei hvirlur, ei frekasta æl,

og vilja teir høgu tær ilt,

hvør teirra skal sanna, og kenna hvør skal,

at níðingsverk teirra er spilt.

Tí brátt vil væl koma ein frælsari stund,

tá ráða skal fólkið á heimligu grund.

Ei eru stundir at kvíða:

Nú kemur „Royndin hin fríða"!

 

Í vónloysi fólkið!   Tú veitir tí mátt.

Er skaddan enn nívandi, loftið so grátt,

tú sigrar, - tí treyst er tín sál.

Hvar aðrir teir lógu, tú ferð hevur átt,

og tí vilt tú vinna á mál.

Og fellur tú sjálvur, so sigi eg tær,

at aðrir teir sigla til havnar títt far.

Spyrjast so langt og so víða

skalt tú og „Royndin hin fríða".

 

Ada (situr kvirr við hond undir kinn).

Janus (lágmæltur)
Ada, systir! Heldur tú, hatta dugir nakað?

Ada (vaknar við, andar tungliga)
Áh, Janus, bróðir! Takk, takk fyri kvæðið. Hatta var vakurt.

Janus
Hvussu heldur tú Nólsoyar-Páll hevði líkst á tað, um eg sendi honum eina avskrift av tí - við ongum navni, sjálvsagt.

Ada 
Ja, ger tað, Janus!   Hann stendur í so hørðum stríði og hevur so stórt eitt mál, at vit øll skylda at styðja hann tað lítla, vit eru ment. Send tú honum kvæðið, Janus, hann verður fegin við.

(Málageip hoyrist uttanfyri).

Ada
Har koma teir við gestinum. So er best, tú sleppur tær avstað.

Janus
Hasin „brillumaðurin"...

Ada
Ja, tað er ikki eiti av gesti! Men far nú, góði Janus!

Janus
Nú fari eg. Farvæl, góða systir! (fer)

(Løbner, fútin og brillumaðurin inn vinstrumegin).

Løbner:
Aa, bedste Jomfru, Ada, vil De hente et Par Flasker Arrac af det gamle Lager til venstre i Kælderen og ellers de fornødne Ingredienser til en extrafin Punsch (Ada fer). Behag at tage Plads, Hr. Baron! Tør jeg byde Dem min Højtidspibe, en egenhændig Present fra højsalig Majestæt, hvis dødelíge Bortgang De nylig har meddelt os. Akja, han var en chevalerisk og aimabel President i sin gode Tid.

Hompesch
Merci, grand merci! (tekur pípuna).

Ada
(Innaftur við fløsku, punsafati og gløsum, setur á borðið).

(Í sama bili hoyrist málið á Elini í Steikarhúsi uttanfyri):

Sleppið mær, sigi eg, óreint í hatta, skræðir hon ikki skjúrtið niður um meg. Gakk á tramanum við tær, Billa, hvat fjandan sakar tað teg, um eg fríggi eina løtu við brillumanninum! Slepp mær, sigi eg! (Hon kemur dumsandi inn gjøgnum dyrnar høgrumegin).

Løbner
Hvad for al Landsens ulykke er dog det for Optøjer! Hvad vil det Fruentimmer her?

Hompesch  
Ah, sacre diable!  Ou est la femme?

(Ada smýgur sær út).

Pusifellan
Jeg er en fattig, enslig Pige, høje  Herrer, som kommer hid at kære min Nød for Eders Majestæter. Nu kan jeg hverken være ude eller inde i Fred for disse fremmede Overgangskroppe, som tusker omkring og larmenterer i Staden. De er drukne, er de, de Svinhunde, og saa gaar de og banker paa mine Bryster, og naar jeg skjælder ud og beder dem pakke sig, saa bliver de kvane værre. Just som jeg stod og hampede mig Sengen og bredte tørt paa, thi der var kommen en Lege i den i Nat, stikker en svart Skort bent ind gennem Vinduet og raaber: babb-babb-babb! Aa, du gode Gud, hvor jeg blev kløkk, - jeg munde svime, der jeg stod. Jeg sprak paa Dør, men snaavede paa Hellen og køkte min højre Fod (gremur seg). Det er ikke kristeligt Levend, at en stakkels enslig Pige ikke skal være i Fred under sin egen Lon for slige Burhunde (grætur).

Fútin 
Du er for knibsk, Ellen. Sømanden har villet bejle til dig, hahaha!

Pusifellan
Áh, tegið tygum, fútin, og haldið ikki meg fyri spott. Tað er hvørki kristið ella heiðið, sum fær hug á mær.

Løbner
Nu kan det være nok med den Komedie. Hvor tør hun understaa sig til at bryde ind i mine Gemakker, endda naar jeg har fremmede. Vil hun se til at komme heraus og det lidt fort.

Hompesch
Apportez, ma petite, drink a glas mit mir! Hahaha! A votre santé, madame! (drekkur.)

Pusifellan (nígur)
Tak han selv, altfor blid at byde mig hans eget Glas. Men jeg er som Hønen, det svirrer alt for et, bare jeg smager noget stærkt (við Løbner) Hatta er maður, ið dugir fólkaskikk, tað hevði sømt tygum betur at verið hampiligur við eitt neyðars konufólk, ið kemur at kæra sína trongd fyri øvrigheitini enn at sjúka meg á dyr sum ein hund. Men nú ber til at vera stórur maður - tygum vóru ikki so boysin sanniliga, tá tygum skuldu verja skansan á sinni.

Løbner (reisist)
Ud paa Øjeblikket, uforskammede Kvinde!

Pusifellan
Eg fari, eg fari, et meg ikki livandi kortini, hin gamli! (Kvøður meðan hon fer)

Væri eg í brendu brókum mínum,

illa man frúgvin tola tað í skarlakssokkum sínum.

 

Løbner
Excuse, monsieur baron, dette lille Optrin, men som De ser, er det ret vanskelige Forhold for os Styrende her i Landet, naar vi ikke vil fare haardelig frem og straffe efter Fortjeneste. Befolkningen bliver heraf ofte helt obsternasig og tumultuarisk, saa vi har vor Nød med at holde Orden paa dem, ja, det er endogsaa hændt, at de er komne i Flokke op til min Bolig og har villet binde Landfogden og mig medens de skældte os paa det græsseligste og ønskede Fanden gale i os alle.

Hompesch (flennir háðandi, telur á fingrunum)
Commandant, Landefoged, en stor Regiment militaire, kujonert af sodan Petrolieuser som den der madame! Hahaha! A votre santé, messieurs! (hevjar steypið, teir drekka.)

Løbner
Vi maa desværre fare med Lempe, Hr. Baron! Men særligen er det en vis Person, som volder os Bryderi, - det er en gemen Almuesmand, en Skipper - Poul Nolsøe hedder han — der med sine Kunster hidser dette taabelige Folk op mod sin bestaltede lovlige Øvrighed, Jeg forsikrer Dem, Hr. Baron, vi har megen Koldblodighed behov til at taale denne Rabulists uforskammede Handlemaade.

Hompesch (sleikir og drekkur)  
Votre serviteur, messieurs! Stik ham i den prison, i fængelse med den sansculotte!

Fútin
Ja, det var Pinedød ikke andet, end hvad han havde fortjent. Har han ikke lagt os for Had allevegne i Landet med sin beskidte Mund, saa at snart hvert Bondebæst vover at trodse os! Og hvorlunde vover denne Gesell sig ikke til at haane os kongelige Embedsmænd, hver Gang han skal afæske os noget Svar? Lader han ikke hver Gang beskikke os et Par Mænd til Vidner, som om vi var nogen forbryderiske Personer! Vi mærker ogsaa godt hvor alt dette godter Almuen og hans særlige Anhang, ja, det ligefrem kildrer dem, at han tør vove at gaa saa ubeskedent frem. Og saa den famøse Spottevise, som han har digtet i sit malebariske Sprog, og hvori han har haanet os saa skændigt i Fuglelignelse! Den synges nu rundt om i Landet, ja selv Børn her i Thorshavn ved at afsynge enkelte Vers og give Forklaring paa, hvem og hvad der forstaas ved hver deri nævnt Fugl ... Aa, jeg kunde have den største Lyst til at sætte ham paa den spidse Sten i Corps du Garde, le prison, som De siger, Hr. Baron.

Hompesch (sum undir hesi longu røðu hevur vitjað punsabollan dúgliga, er nú meir enn hálvdrukkin)
La guillotine! Dans la guillotine med den rebelle! 

Løbner
Jamen Loven, Hr. Baron, og Hans kongelige Majestæt formener os at straffe ham.

Hompesch (á føtur)
Ah, sacre diable! God damn! What a devil you mean, I care of a stupid league and the foolish king of Denmark!   Go to hell!

Løbner (spakuliga)
Min Gud, hvad er dog dette?

Fútin  
Manden er fuld.

Hompesch (hevjar steypið)
Now we shall drink a toast for old England, my dear Britannia (kvøður)

Rule Britannia, Britannia rules the waves,
Britains never shall be slaves.

Don't you understand? (hóttir við glasinum)

Løbner (sum fyrr) 
Vi maa føje ham saa længe som muligt for at undgaa en Ulykke.

Fútin
Javist, javist, men hvad Pokker: Det er jo en forklædt engelsk Djævel.

Hompesch (er setstur aftur, rópar)
When does the skipper Hansen come? The devil should take him.     

Løbner 
Monsieur le baron...

Hompesch (gálvar)
Monsieur le baron! (harðliga) I’m an Englishman you know, a british subject, general leutenant in the english marine, and you don't dare speak goddamned French to me.   You know. 

Fútin (lágmæltur)
For al Landsens Ulykke! Dette tager Gud døde mig en gal Ende. Han er jo en ren Bandit.

Løbner  
Silence! Silence!

Fútin
Ja, her sidder vi Pinedød net i det. I kongelig Galla og drikker om kap med en ... en gemen Sørøver.

Løbner
Kære Hr. Hammershaimb! Forsigtig, forsigtig, kære... han kunde forstaa...

Hompesch (hevur lurtað, loypur á føtur)
Ah, sacrement, tête bleu! Bloody boggle! What a nonsence you are speaking about! „Gemeine Seeräuber" — jawohl, ich verstehe sehr gut Deutsch. Take care Of you, bloody fellows! (nevar í borðið)

Løbner  
Pardon, monsieur!

Hompesch (gálvar)  
Pardon, monsieur!

Løbner og fútin
Beg you pardon, sir!

Hompesch
You shall in this moment send for the skipper Hansen, or I shall kill you both. (Rópar og nevar í borðið) He shall come just now!

(Tað bankar)

Løbner  
Aah, Gudskelov!   Kom ind!

Dánial hjá Lilla (inn, bukkar og nígur við kurteisligum lótum)
Messieurs, votre tres humble serviteur. Ærbødigste Tjener, Deres Velbaarenheder (nígur fyri brillumanninum) Monsieur le baron!

Hompesch (øðisliga ímóti honum)
What the devil you mean? Do you speak French to me, bloody fellow!

Dánial (aftur eftir hæli, piprandi)  
Excuse, beg you pardon, sir! I only want to be your pilot on your journey to Icelanđ.

Hompesch
Pilot, hahaha, you a pilot! But I want another pilot, you know, - skipper Hansen (trívur um herðarnar á honum, skakar hann). Tell me, where he is, you son of a bitch - or you may go to hell (tveitir hann frá sær).

Dánial (um at gráta)
Skip... skipper Hansen... I really don't know ... but I shall try to find him to you.

Hompesch
Hah, you don't try, you shall find him.   Then you may come both with me to Iceland ... Along here, take a glass!

(Dánial trívur í eitt glas, rystir á hondini)

Hompesch

A toast for old Britannia (drekkur, meðan hann bínir at Dániali, sum noyðir seg at drekka) Have you been in Scotland?

Dánial
Oh yes, sir, I have.

Hompesch (setur seg)
Then let us get a reel. I'm the hornpiper and you are dancing (prutlar ein reel)

Dánial (hjartkiptur)
Shall I dance - here?

Hompesch
Ah, you bedlamit, you stupid blockhead. When I say, you are dancing, then you dance. Now, begin (prutlar aftur).

(Dánial spjálkar og melur í kring við margháttligum keipum)

Hompesch (ýlir í skellilátri)
Oh dear me, what a fool! ohoho - splendid amusement. Now stop. What is your name scoundrel?

Dánial (nígur)
Mr. Daniel Niclasson esquire, ever to your honourable service.

Hompesch
Well, My good Daniel Niclasson! If you not are coming soon again with skipper Hansen, then you shall be hanged before this evening (ímóti honum øðiliga) You understand?

Dánial (piprandi)  
Heh, yes...

Hompesch (brølar)
Marsh, be gone!

Dánial (rýkur tríkrókutur út av durunum)

(Meðan hevur Løbner gloppað hurðina høgrumegin, rópar uttar)

Løbner  
Ada, Jomfru Ada, kom herind lidt.

Ada (inn)

Løbner
Aah, lille Jfr. Ada, De maa hjælpe os med at underholde denne - ret besværlige - Gæst en stund. Sæt Dem hen til Klaveret og syng noget rigtig fornøjeligt.

Ada
Eg dugi so illa.

Hompesth (festir glómurnar at henni)
Very nice indeed! (trívur efir henni) Come here, my little girl, sit down here! (slær seg á lørini)

Løbner (ímillum, skundisliga)    
Miss Heinesdatter will play a tune and sing a Faroe song for us.

Ada (setur seg við klaverið, smílkast spotskliga)
Ja, eg skal kvøða nakað sera stuttligt, sum tit ikki hava hoyrt fyrr (kvøður og spælir)

Annan dag í frægdarljómi

falkurin rystir fjaðrar

syftir hann seg til skýggja upp,

men ætlar at gista jarðar.    

 

Fuglin í fjøruni…

 

Hálsurin stívur og høvdið tjúkt, -

eg kenni mítt svørð til hefta -

leggirnir langir og rukkutir –

so er mítt spjót so skeftað.

 

Fuglin í fjøruni …

 

Løbner og fútin (eru lopnir á føtur, meðan hon syngur og geva nú óvilja til kennar).

 

Fútin
Hvad Fanden er dette? Skal man nu høre denne uforskammede Nidvise her i Huset.   Det er Gud døde mig for galt.

Ada (setur í aftur)   

Skúgvurin snildi og falkurin spelkni

gingu saman í ráð,

eftir kom gorpur stólpandi

og settist teimum hjá.

 

Fuglin í fjørini …

 

Løbner (strangliga)  

Jomfru Ada!

 

Ada (kvøður)

So havi eg mær snúgvað og vent

tríati vetrar og fleiri,

fáur var hann av mínum líkum,

ið vann í brøgdum meiri.

 

Fuglin i fjøruni ...

 

Fútin
Kommandant, De tillader at jeg insulteres i Deres Hus?

Løbner
Men Jomfru Ada, dog! Hvad drister De Dem til? Man skulde ikke tro, De var vel forvaret.

Hompesch
What is that for a foolish, stupid song? Stop here, my nice girl, now I will sing a jolly song myself (fatar glasið og byrjar at kvøða)

A bottle of brandy, a bottle of gin,

a bottle of ale and a bottle of rum,

a bottle of wine and a bottle of beer –

oh God, it will be a spendid gear!

So early in the morning,

so early in the morning,

so early in the morning

before the break of day.

 

Ada (við Løbner)
Tygum bóðu meg jú sjálvur kvøða nakað, sum var stuttligt.

Løbner
Hvor kunde De understaa Dem, her i mit Hus?

Ada
Kanska tykkum tykir betur um hatta bjórið, hann har stendur og drynjar. (Hon skal fara á dyr, men júst tá verður hurðin upplatin, og ein maður kemur inn. Løbner ímóti honum).

Maðurin
Góðan dag! Skipar Hansen sendi meg.

Løbner
Naah, ja, hvad siger han? Hvor er han?

Hompesch (reisist og vil sleppa sær fram um borðið)
Well, the skipper Hansen, my good man - where is he?

Maðurin
Hann er rýmdur í hagan, og hann sigur, at hann kemur ikki aftur, fyrr enn hasin devilin (peikar á ”brillumannin”) er farin.

Løbner og fútin (lemja seg og sláa hendurnar saman)
Flygtet! Aah, Herre Gud - nu gaar det galt.

Hompesch (loypur fnam á gólv. Maðurin á dyr)
The devil in hell, what is that for deceit? (Hann trívur í fútan). What is the matter? Speak, or I will kill you on the spot.

Fútin (roynir at sleppa sær undan)
Kære, jeg kan ikke for det! Spar mig!

Løbner (verjandi fútan)
Stop, stop! Skipper Hansen fled into the field and he has hid himself behind the rocks. We could not help it, but we shall soon find him again for you.

Hompesch  (í øði)  
If you don't get skipper Hansen, at this, moment, I will shoot the town in fire with my large guns …

Løbner og fútin (royna báðir at stilla honum tilfriðs og elta hann, sum hann gongur í øði upp um gólvið)
Dear sir! Dear master!

Hompesch
Hand me the keys to the church and the stores just now. I will command this country myself and I’ll put you in the prison all together.

Fútin (við Løbner)
Vi bliver nødt til at føje ham for at spare Byen.

Ada (háðandi)
Jú, flýggið tit honum lyklarnar til kirkjuna og handilin, tá eru tit penir. - Áh, gævi Gud, eg var ment at borið vápn!

Løbner
Dette er skrækkeligt. Hvad skal vi gøre? (Teir standa ráðleysir. ”Brillumaðurin” leikar verri og verri. Meðan otar Ada seg uttar móti hurðini. Løbner rættir ”Brillumanninum” ein lykil, sum hann stingur upp á seg. Í sama bili gongur hurðin ljódliga, og Nólsoyar Páll kemur inn).

Ada (sum verður var við hann)
Áh, Jesus havi lov! Nú man fara at bata!

Páll (teskar við Adu)
Gudsdoyð, fáið mær eitt vápn!

Ada (peikar á korðuna, sum hongur á bróstinum við chatollið) 
Tak hatta!

Páll (tekur korðuna)
Nú skal ikki dvína! (Loypur fram, trívur harðliga í ”Brillumannin”, vendir honum við og setur korðuoddin fyri bringuna). Don't move, else you are a dead man! (rópar til føroyingarnar uttanfyri) Um eg kryvji hann, so sláið frá tykkum harúti!

Mál uttanfyri

Ja, bróðir!  Tað skal verða, sum tá ið tú slært kóp.

Hompesch (stendur so hámur og hongur, armarnar niður við liðina. Tað grælar í honum)
Æh, æh... pardon sir! Beg you spare my life!

Páll
Forbannaður! Tú átti ikki at verið spardur. Men Gud náði títt synduga krov, um tú ikki svørt at lata staðin í frið og fara herfrá. - (Strangliga við Hompesch) Swear, that you will spare the town and leave these isles before evening - and never come back again! ...

Hompesch (himprast)  
I swear, but...

Páll  
Men hvat?       

Hompesch
I only want to get skipper Hansen as my pilot for Iceland.

Páll
Óreinsettur, tit munu hava havt okkurt saman fyrr. - Well, I don’t care of skipper Hansen. But now you are going on board in a swiftness (reiggjar við korðuni). Út av durunum tín púki, ella eg kryvji teg undan høkuni og í nalvan.

Hompesch (øvutur út)
Pardon! Pardon! (Uttanfyri hoyrast hurraróp frá havnarmonnum og nólsoyingum, sum jakta ”Brillumannin” og menn hansara).

Ada  (við Páll)   
Hann fór ikki tómhentur.

Páll  
Hvat sigur tú?

Ada  
Spyr kommandantin!

Løbner
Ja, han forlangte Nøglerne til Kirken og Handelen, og jeg rakte ham virkelig ogsaa en Nøgle, men De kan nok forstaa, at det ikke var den rette.

Páll
So! Ja, handilslyklarnir fara neyvan í verri hendur, enn teir eru í.

Løbner og fútin (báðir í senn)
Uforskammet!

Fútin
Hvem har vist Dem herind, maa jeg spørge?

Páll  
Var tað illa gjørt, at eg kom?

Fútin
Vi kunde saa vist have faaet Bugt med ham uden Dem. Vi havde ham sikker nok, men nu har De sluppet ham ud af Hænderne paa os.

Páll (letist sær at leypa á dyr)
Vilja tit hava hann aftur?

Løbner  
Nei, for Guds Skyld dog!

Páll
”Hvat skuldu tit livandi við hann gjørt, - tit tora hann ei deyðan at síggja!” (reiggjar korðuna). Tað var spell, at eg ikki kruvdi hann.

Løbner (rættir seg eftir korðuni)
Tak, maa jeg faa den!

Fútin (bukkar háðandi fyri Pálli)
Farvel!

Páll (rættir Løbner korðuna)
Hvat skal hann við vápn, ið ræðist blóð! Ja, nú vilja tit hava meg av durunum, men eg fari ikki enn.  Væl kom eg óboðin inn, men

nú barst á sum ikki fyrr

í hesum sama høli:

Tjaldur vardi skúgv og falk

í teirra egna bøli.

 

Fútin
Det er uforskammet. Han spotter os i vore aabne Øjne!

Løbner (errin, við hondini á korðuskeftinum)
Jeg maa bede Dem om at fortrække iherfra.

Páll
Tit koyra meg út, nú eg hjálpti tykkum úr vanda! Ja, soleiðis eru tit útlendingar her á landi: ræddir fyri at skursla skinnið, tá ið nakað gerst á. Føroyingar vilja tit nýta til skotbjálva, og síðani eru tit fúsir at selja hann í hendurnar á ófriðarkroppum fyri at bjarga tykkum sjálvum.

Fútin
Nej, det er os, der vil alt til Landets Bedste, men visse andre ophidse Folket til dum Storagtighed og digter Nidviser om dets sande Velgørere.

Løbner
Ja, De har haanet os skændigen, Poul Poulsen!

Páll
Hann tekur innat sær, ið sekaður er. Men í dag hava tit gjørt tykkum mest fyri skommum sjálvir.

Ada
Ja, tað haldi eg, at vápnaðir menn ikki máttu latið handa dirðilin farið so við sær, - tað hevði ikki verið verri, um tað var eg -

Løbner
De holder med ham, Jomfru Ada!

Ada
Ja, tað geri eg, tí hann er ein maður, men tit eru verri enn ússaligar neytakonur.

Løbner  
De skal forlade mit Hus, De impertinente Menneske, saa upassende som De opfører Dem.   Hvad tror De Deres agtværdige Forældre paa Ryg vil sige?

Ada
Tað skulu tygum ikki kæra tygum um. Eg fari fegin.

Páll
Kom tú bara við mær, Ada! Tað skal onga neyð hava. (Við Løbner) Soleiðis sum tygum í dag hava stygt hesa gentuna burt frá tygum, soleiðis vildi hvør góður føroyingur stygst, um hann kendi tykkara ljóta atburð.

Løbner  
Vogt Deres Mund, Poul Nolsø!

Páll
Nei, ikki heldur enn fuglurin í fjøruni við sínum nevi reyða. (Tekur undir armin á Adu og skal fara; men í sama bili koma nólsoyingar inn, kvøðandi: ”Fuglurin í fjøruni”, sláa ring um Adu og Páll og fara út við teimum).

(Tjaldið fellur).

 

To top

Triði partur

Úti á Skúlareyni. Fremst høgrumegin latínskúlaforstovan, síðani húsini ”á Skansagarði”, ein hjallur, ”gomlu fútahús” og ”leigubúðin”. Aftast sæst eitt glopp av vágini. Fremst vinstrumegin ”Skrivarastovan”, ein stórur hjallur og ”Reynagarður”. Millum latínskúlan og Skansagarðshúsini vegur oman í Bakka (”Rektarsgøta”), millum ”Skrivarastovu” og reynahjallin vegur heim í ”Gongina”.

Ada á Ryggi (stendur uttanfyri á Skansagarði og heingir upp klæðiplagg til terra).

Elsba (kemur út úr Skrivarastovu, ber eyga við Adu, fer yvir til hana)
Góðan dag, Ada, eru tygum nú komin her út á Skansagarð at verða? Hava tygum forlátið hann sjálvan í neyðini?

Ada  
Hvønn? Kommandantin! Onei, trúgv ikki tí. Hann hevur sjálvur rikið meg á dyr, vildi ikki síggja meg fyri sínum eygum aftur, segði hann.

Elsba  
Harra Jesus, hví tá?

Ada
Áh, eg var kanska heldur opinskárað við hann og fútan, tá ið hasin ”Brillumaðurin” var har uppi. Eg segði teimum mína hjartans meining, og tað toldi hansara hátign ikki, sjálvsagt. Annars hevði eg leingi ætlað mær at fara haðani, - mær hóvaði so illa millum teir høgu harrarnar. Men hvat bagir inni í Skrivarastovu, eftirsum tygum ganga har til handa?

Elsba
Áh, tegið! Hin gamla, skrivarakonan, steinsvímaði í áðni, tá hon hoyrdi, at ”Brillumaðurin” hevði hóttað við at skjóta býin í brand, - handa Pusifellan kann ongatíð halda tætt. Nú liggur hon í seingini og venar seg ...

(Djóni, bróðir Nólsoyar-Páll, og nakrir aðrir nólsoyingar koma skundisliga úr Gongini á veg út í Havn, heilsa Adu og Elsbu).

Elsba
Góðan dag Djóni, hvar fara tit so ferðamiklir?

Djóni 
Út í Havn!  Har er bardagi; eingilskmenninir  leika óðir, teir vilja ikki um borð.   Vit mugu royna at sleppa okkum í drápið. (Teir fara.)

Janus (kemur úr Gongini)
Ada hin rádna, halt nú oyruni stív! Kommandanturin og fútin koma alvápnaðir sjálvir triði eftir tær.  Tú fert í bolt og jarn - á spíska stein.

Ada  
Komi teir í Harrans navni!

(Løbner, Hammershaimb og Dánial hjá Lilla koma úr Gongini og fara út í Havn.)

Ada
Teir ikki somikið sum kveittu at mær... Ja, farvæl, Elsba, eg fari vestur í kvøld ella tíðliga ímorgin, hugsi eg. (Tær heilsast. Ada fer inn.)

Janus  
Farvæl, Elsba!

Elsba
Fert tú við? Ja, so farvæl, Janus!

Janus
Og tøkk fyri ta føgru tíð, eg havi kent teg. Hana gloymi eg ikki (tekur hond hennara). Góða, kæra Elsba!

Elsba (innarliga)  
Góði Janus!

(Súsanna kemur úr Bakkanum, fer yvir at Reynagarði. Janus fer inn).

Elsba (fram)
Nú Súsanna! Koma tygum úr Árnafirði? Hvussu veit við uppi hjá skiparanum?

Súsanna  
Áh tig, har er ringt skil.  Hon liggur í seingini og ger ikki annað enn grætur.   Ikki veit eg, hvussu har fer at verða burtur úr.

Elsba
Og ikki hava teir funnið hann enn?

Súsanna
Nei, men tað man fara og verða endin kortini, so nógvir mans ið sóknast eftir honum við hundum aftrat. Eg haldi, hann hevur fjalt seg inni í Húsahaganum; tann vegin fór Kollfjarðar-Jógvan at leita í áðni, sá eg -

(Tveir óvitar koma tuskandi úr Tinganesi; annar kagar út av ”Fútabakka”, millum leigubúðina og gomlu futahús.)

Hin  
Sært tú hann?

Fyrri
Ja, hann er komin upp á Skinnarasker.

Hin  
Kom oman í Bakka!

Súsanna  
Hvat stendst á, dreingir?

Báðir óvitarnir (hvør í munnin á øðrum)
Áje, áje, tygum skuldu bara vitað! Nólsoyingar hava stongt eingilskmenninar inni í Stokkastovuni, teir ýla og sparka á dyrnar sum óðir. Ein sleit seg frá teimum og leyp á sjógvin undir Munkastovuni. Hann er svomin inn á Skinnarasker.   (Teir fara oman í Bakka).

Elin í Steikarhúsi (kemur úr Gongini)
Á tú søta Gud, hetta er dómadagur. Alt flýggjar av staðnum, sum krúpa kann; Jákup vektari fór dragsandi við konuni í áðni niðan á Rygg; hon er komin til at eiga, olmussudýrið, - tað verður kaldligt hjá henni at liggja á soppinum uppi í Fútagróthúsinum. Yviri á Lað møtti eg Súsannu jarðarmóður; hon fór knossandi við tí yngsta í føvninginum og báðum smágentunum undir liðini. Hon ætlaði sær til Velbastaðar, men eg kvíði fyri, at hon fær innivist við hasum landfarsjúka dreinginum, - bygdarfólk ræðast smittu sum hundar brand. Eg fór inn í Klávusarstovu, - ikki ein kjaftur inni, í Maggustovu var úthurðin læst, uppi í Beiti sótu tey bæði gomlu apuspekilsini við grúgvuna í sjóðheitum gráti og fløskuni ímillum sín, og í Brekkustovu syngja tey „Far Verden farvel!" Og her standa tit, sum einki var.

(Eitt kanónskot dunar hvølt. Súsanna hvøkkur við, Elsba nístir.)

Elin
Áh, Harrans ólukka, - Jesus forláti mær. Nú skjýtur hann staðin í sor (fellur saman hendur). ”Og Verden forgaar med et stort Bulder,” - sum skrivað stendur.

Jógvan í Steikarhúsi (í mundering, kemur úr Gongini).

Elin
Áh, Jógvan bróðir, hvar skulu vit gera av okkum? Hasin búrhundurin skjýtur okkum sundur og saman.

Jógvan
Hava tit borið eyga við kommandantin?

Elsba
Ja, hann og fútin fóru út í Havn eina løtu síðani.

Jógvan  
Eg má fara og finna hann.

Óvitarnir (eru komnir niðan úr Bakkanum)
Tygum, Jógvan! har gongur ein óður eingilskmaður har niðri og leikar; hann roynir at bróta inn á Bakka. Hann er svomin í land av Skinnaraskeri, - hann er heilt óður í høvdinum.

Jógvan
So, vælsignaðir! Eg skal koma (fer oman í Bakka).

(Elsba er farin inn í Skrivarastovu.)

Elin
Jógvan, ... ikki fert tú! ... Ólukkan slái, fer hann frá mær. Áh, mítt neyðars menniskja, eg orki ikki at standa á beinunum, sum alt piprast á mær.

Súsanna
Statt og tig við tær. Her eru onnur verri stødd enn tú. Far inn í Skrivarastovu og bið Elsbu gera sær eitt rend inn um dyrnar í Árnafirði, og ver tú so har inni hjá teim gomlu so leingi. Eg fari inn á Reynagarð at vita, hvussu har stendur til (fer).

Elsba (út úr Skrivarastovu).

Elin
Tú, Súsanna bað meg biðja teg fara eitt rend niðan í Árnafirð' at vitja skiparakonuna. Eg skal steðga her inni so leingi. Men skunda tær aftur, eg tori so illa at vera einsamøll.

Elsba (út, oman í Bakka. So hoyrist gníst frá henni, og hon kemur inn aftur, tuskandi undan einum druknum eingilskum skipsmanni. Hon smýgur inn í latínskúlaforstovuna, har úthurðin stendur opin, og smellir hana aftur eftir sær. Eingilskmaðurin fonglast við hurðina, stingur hana upp við korðuni og fer inn. Róp hoyrast: “Hjálp! hjálp!” frá Elsbu, og “Come along, my darling!” frá skipsmanninum.)

Elin
Áh, tú milda Gud, nú drepur hann hana (fram, sær Jógvan, sum kemur úr Bakkanum) Jógvan, vælsignaður, skunda tær ...ein drukkin eingilskmaður er eftir Elsbu inni í skúlanum, hann er vápnaður!

Jógvan
Lat meg fáa klørnar í handan devilin! Hann skal ikki sleppa frá mær aftur. (Fer inn í skúlan.)

Elin (fer út á Reynagarð, letur upp, rópar inn)
Súsanna, Súsanna! kom, skundið tygum!

Súsanna (kemur)
Hvat stendst á?

Elin
Elsba er inni í skúlanum við einum skipsmanni, - Jógvan, beiggin, fór inn eftir honum. Bara hann ikki longu hevur dripið hana!

Súsanna (trívur í hana)
Hvat er tað, tú sigur, genta. Tosa við skili! Var skipsmaðurin eftir henni?

Elin
Á, Jesus, ja, hann vildi neyðtaka hana (gnístir, trívur í Súsonnu). Áh, nú koma tey út aftur!

Jógvan (út úr skúlanum við Elsbu. Hon er fallin í óvit)
Elsba! (Hinar báðar koma til). Eg hopi ikki, henni bagir nakað.

Súsanna (skoðar hana)
Nei, Harrin  havi lov! (trilvar í skjúrtalummanum). Støðga mær, eg plagi at hava nakrar hjartadropar hjá mær (heldur undir nøsina á Elsbu).   So, nú fer hon at rakna við aftur.

Elsba (vaknar)
Áh, hjálp! (sær Súsonnu og Jógvan). Tit bæði! Hvar eri eg?

Jógvan
Ver ikki bangin, Elsba! Nú er eingin vandi. Tú ert hjá góðum vinum.

Elsba (enn hálvt í ørviti)
Jamen... eg small uppi á loftinum (rópar við). Hvar er eingilskmaðurin?

Jógvan
Hann skalt tú ikki kæra teg um, hann raknar ikki so brátt við aftur. Eg kom inn, júst tá hann klóraði upp gjøgnum loftstrappurnar, - hann fekk knýttan nevan í kúluna, og har lá hann. Um hann fekk mein ella ei, ger mær ikki mun.   Tá ið eg fekk lemmin upp, sá eg teg liggja har í óviti, so bar eg teg oman, og nú ert tú her.

Elsba
Og hetta hevur tú gjørt fyri meg. Eg havi ikki forskylt tað.

Jógvan
Tað veit eg einki um. Eg veit bara, at tú kundi ikki gjørt mær so ilt, - tá eg visti, tú vart í neyð, so hjálpti eg tær.

Elsba 
Góði Jógvan!

Jógvan (tekur hond hennara)  
Elsba!

Elin (við Súsonnu)
So Gudsdoyð, nú fara tey at mussast. Hetta er einki hjá mær at hyggja at (fer inn í Skrivarastovu).

Elsba (við Jógvan) 
Kanst tú fyrigeva mær, sum eg havi verið ímóti tær?

Jógvan
Eg fyrigeva tær! Lítla, kæra Elsba, so ert tú góð við meg kortini!

Elsba 
Tað eri eg, og tað var eg, - eg visti bara ikki, hvat eg vildi.

Nólsoyar-Páll (er komin úr Tinganesi, hevur staðið og hugt at teimum og teskað við Súsonnu, fer nú yvir til teirra, ósæddur):

Fari fyri eystan, fari fyri vestan,

fari fyri verðsins enda!

Tey koma bæði í eina song,

sum Gud vil saman senda.

 

Til lukku við biðlinum, guddóttirin! Royn teg nú, lítla mín, og fá okkum nakrar góðar føroyingar fleir í Føroyum; teir tørva, veitst tú!

Elsba (smæðin)  
Tegið við tygum, Páll.

Súsanna
Ájú, so sanniliga haldi eg við Pálli í hasum. Tá ið ein hyggur at nógvum av hesum unga fólkinum, - og tí gamla við fyri alt tað, - skuldi ein ikki trúð, tað vóru føroyingar. Tí takki eg Harranum, Elsba, at tú hevur fingið ein góðan og ærligan føroying til mann. Væl eydnist tykkum báðum! (heilsar teimum, fer inn á Skansagarð).

Jógvan
Ja, eg noyðist væl at fara út á Tinganes at hitta hann sjálvan. Farvæl so leingi! (fer, Elsba fer inn í Skrivarastovu).

Dánial hjá Lilla (kemur úr Tinganesi; erpisliga við Páll)
Páll í Abbastovu, eg havi ordrar frá kommandantinum, at tú kemur út í Havn í stundini og fær Djóna, beiggja tín, at lata upp fyri eingilskmonnunum. Hann hevur stongt teir inni í stokkastovuni og vil ikki geva lykilin frá sær.

Páll
Hvat sakar tað meg? Og trýrt tú, tín apukattur, at eg taki við boðum frá tær? Sleik tú embætismonnunum, sum tú ert vanur, ella slepp tær av landinum við sjórænaranum sum skjótast, so vit fáa teg úr eygsjón. Tú ert ein skomm fyri hvønn góðan føroying.

Dánial (illur)
Eg veit ikki hvat! Eri eg kanska ikki líka góður føroyingur sum tú og tínir kanuttar, um eg ikki gangi sum tit og billi hesum vesæla fólkinum inn, at tað kann ráða sær sjálvum og stíla fyri øllum. Eg veit væl, hvat tit hava í kvittanum: Tú skalt verða jallur og hinir greivar, so tit kunnu herska einsamallir. Tað hevði dámt tykkum, ha? Nei, føroyingar mugu takka til, at eg og aðrir skilamenn halda aftur, so tit ikki sleppa at føra landið í undirgang. Hvat tramin duga bøndur og útróðramenn til at skipa fyri handli og landastýri? Og hvar skulu tit fáa peningin frá?   Svara mær uppá tað, Páll í Abbastovu!

Páll (hyggur spotskliga at honum)
Nær ert tú farin at hugsa um landaviðurskifti, greiv Niclasson? Tað hevur ikki nervað teg fyrr. Men hasa ramsuna manst tú hava hoyrt so tíðan av húsbóndum tínum, at tú væl kanst duga hana utanat. So frægur pappageykur ert tú. Men so lítið, sum tú hevur at týða, Lilla Dánial, so eru tú og tínir líkar tey verstu skaðadýr í Føroyum kortini. Tit duga einki uttan at liggja í buktini og forða fyri øllum frælsi og framburði, men tað gera tit, og hava tit gjørt so væl, at føroyingar nú eru eftirbátar nær sagt í øllum lutum og so trælskir, at teir fegnir selja sjálvan seg og land sítt fyri fremmanda náðir.

(Løbner og Hammershaimb koma skundisliga úr Tinganesi.)

Løbner
Naa, der staar jo Poul Poulsen (yvir at honum, ilsligur). Det er saa sandelig en skøn Ballade, Dcres bygdemænd nu har lavet.

Páll  
Hvussu tá?

Løbner
Han skulde maaske ikke vide, at nolsinger har tilladt sig den Subordination at tage sig selv til Rette overfor flere af Hr. Baron v. Hompesch's Soldater og stænget dem inde i Blokhuset ude i Tinganæs?

Páll
Tað er skilligt at hoyra, at tað ikki eru tygara egnu soldátar, tygum eru so sárur um. Teir vóru ikki ov góðir alt tveita í kjaftin á eingilskmanninum, men hesir búrhundarnir, - barón v. Hompesch's soldátar! - sum nú hava rænt og regert um allan staðin, teir má eingin nerta við. Jú, tit eru so sanniliga av einum blóði, Brillumaðurin og tit allir. Lat teir í Harrans frið liggja inni í stokkastovuni, - har er nóg gott til teir.

Løbner
Han er den mest obsternasige og impertinente Person, jeg i mit Liv har truffet; men vogt han sig, Poul Poulsen, det turde hænde, at det engang kom ham dyrt at staa.

Hammershaimb
Ja, De skal tage Dem i Agt, min gode!

Páll
Tit hótta, sum tit eru vanir, men eg virði tykkum ikki longur. Og tú kanst líta á, hin gamli, at

hetta skal spyrjast í Ørnaríki,

eg havi verið har fyrr;

um eg royni har uppaftur,

eg vænti, eg sleppi á dyr.

Fútin 
Han truer Øvrigheden, han insulterer os.  Arrester ham, Hr. Kommandant!

Løbner (lágmæltur við fútan)  
Jeg tør ma foi ikke, Landfoged. Han synes jo at staa under højeste Protektion (við Páll) Jeg spørger ham endnu engang, Poul Poulsen Nolsø: vil han influere paa sine Bygdemænd til at løslade de indespærrede Engelskmænd, eller vil han gøre sig delagtig i deres skammelige Forbrydelse?

(Eitt kanónskót dunar)

Fútin
Saa nu skyder han, Gud døde mig, for Alvor Byen i Brand.

Løbner
Ja, der kan han se, hvad hans Obsternasighed fører til. Nu aabner v. Hompesch et Bombardement paa denne arme, ulykkelige Stad, som ikke vil lade Sten paa Sten tilbage i den og gøre Beboerne ganske og aldeles husvilde.

Páll
Ja, hví er tað, hví kann hasin sjórænarin nú skjóta Havnina bæði sundur og saman, uttan at ein hundur goyr at honum? Hvør hevur skuldina? Er tað kanska ikki tú sjálvur, sum hevur givið okkum hasum devlinum í vold?

Løbner
Hvad vover han at sige! Jeg, hans Majestæts Statholder og Kommandant paa Færøerne, jeg skal have Skylden for Engelskmandens Overfald paa Byen!

Páll
Ja, tú og eingin annar er atvoldin í øllum hesum vanlukkum, sum hent okkum hava av eingilskmanna ávum.

Løbner
Jeg tror min Sandten, Manden er besat!

Páll
Lat meg vera besettan, um tað vera vil, tað líður tó landið ongan vansa av, men tú vart ein ræddur dirðil, tá tú skuldi vera maður, og tað sveið og svíður enn til allar Føroyar. Tú komst higar í landið og fekk tann sterka skansan yvir at ráða, tú fekk kanónir og alskyns vápn, og tú fekk teir bestu menn, vit áttu, til at verja borgina. Hvussu hagreiddi tú hetta, tú hevði fingið upp í hendi? Eg bar tær sjálvur boð av Norðhavinum um tað eingilska herskipið og bønaði teg um at lata brenna av á skansanum við skørpum, tá hann kom í skotmál. Tá skuldi tú verið maður, so hevði ikki landið nú staðið í váða, men tú vart ræðuskítur, hjartað misti tú niður í brókina, tá tú sást eingilskmannin koma. ”Vertin á, hvussu vorðið verður við Havnini og við Føroyum”, hugsaði tú, ”lívinum at bjarga, tað er eittans”, og so gavst tú fíggindanum bæði allar hermenn tínar, allar kanónir, alt lóðrið og allar teir sterku borgargarðar, sum føroyingar so trúliga høvdu uppbygt sær til landaverju. Tú var maðurin, ið føroyingar gjørdi verjuleysar, og tí skalt tú noyðast at bera skyldina fyri alt tað rán og herverk, ið nú berst á í Havnini, so væl sum fyri ta landaskomm, at høvuðsstaður okkara ikki er mentur at basa einans útlendskum ófriðarskipi.

Løbner (roynir at herða seg móti honum)
Denne Beskyldning maa han tage tilbage eller ogsaa forføje sig bort fra dette Sted. (Fer yvir ímóti Pálli og vil vísa honum burt).

Páll (brádliga ímóti honum)
Ei skal tað henda, at eg taki orð míni aftur, sum eg havi sagt um teg, og heldur ikki skal tað henda, at tú skalt skúgva meg burt úr havnartúnum. Her standi eg á føroyskum gróti, meðan -

(Eitt kanónskot, hvøllari enn hini, skakar luftina. So við og við koma Súsanna, Ada, Janus, Elsba, Elin, Djóni og hinir nólsoyingarnir, seinast Jógvan í Steikarhúsi, inn, øll meir og minni órógvaði.)

Løbner
Der kan han se, nu skyder Engelskmanden Byen i Grus.

Páll (heldur nevan fram móti Løbner)
Hví vardi tú ikki skansan, so vit nú kundu verið har yviri og smildrað fíggindan sundur og saman? (Vendir sær móti Djóna) Gev honum lykilin, bróðir, so hann kann sleppa hesum dýrabaru hermonnum út úr stokkastovuni.

Djóni (fær Løbneri lykilin).

(Kollfjarðar-Jógvan og ein annar inn við skipar Hansen ímillum sín.)

Løbner (ber eyga við teir)
Aah, Gud ske lov! (við Kollfjarðar-Jógvan) Hvor fandt De ham?

Jógvan
Uppi í Húsahaganum undir Tarvasteini, hann sjálvur!

Løbner (yvir móti skiparanum)
Hør, min gode, hvor kan De forsvare at udsætte Byen for en saadan Fare i Stedet for straks at gaa godvillig med? Hvis vi ikke havde faaet fat paa Dem, vilde Byen være skudt i Grus inden Aften.

Skipar Hansen (fettir sær)
Og det spørger De om, som for to Uger siden fejgt overgav Byen til Fjenden! De burde helst tie stille og skamme Dem - Forræder!

Løbner (bítur á kamp, knýtir nevarnar, men fær ikki orðið fram).

Skipar Hansen (tekur í hondina á Súsonnu)
Farvel, Susanna, og lev vel! Vil du mindes min Hustru og se op til hende engang imellem?

Súsanna
Ja, vælsignaður, tað tørvar tygum ikki at biðja meg um.

Skipar Hansen
Farvel, Poul Nolsø, De er en Mand, som Deres Fødeøer bør være Tak skyldige.

Løbner (argur og ótolin)
Saa kunde det maaske være paa Tide at komme afsted. (Veittrar til menninar, teir fara undan við skiparanum, Løbner og Dánial hjá Lilla aftaná út í Tinganes.)

Djóni (eltir Løbner)
Eg haldi, tygum skuldu farið í bátin við og umborð við teimum. Skansan góvu tygum eingilskmanninum, nú áttu vit at givið honum ”brendu brók” afturfyri.

Páll
Nei, bróðir, hatta slagið hongur fastari enn so við steinarnar her hjá okkum. Rovfuglarnir vita væl, at tað ikki verða smáfuglarnir, ið skúgva teir av vaglinum. Hvat magna vit? Eins og landið nú liggur verjuleyst fyri fíggindanum, so eru eisini føroyingar smokkaðir niður til at gerast verjuleysir í sínum egna bóli. Handlinum mugu vit ikki sleppa at at dríva sjálvir - tú veitst bróðir, hvussu mær hevur verið úr, tá eg við suðroyingum og nólsoyingum havi roynt at bróta slóð her. Útlagdan hava teir høgu harrar roynt at gera meg hjá kongi og stýrinum í Danmark, við illum tungum og illum brøgdum hava teir roynt at forkoma mær - hví? Jú, tí eg royndi at venja føroyingar upp til sjálvar at stýra í sínum egna landi. Tað at føroyingurin venjist upp til sjálvstýri, tað kalla teir uppøsing og landasvik. Vit skulu knógvast og ikki koma uppundan, dummar sum neyt vilja teir hava okkum at vera, at teir so mikið betur kunnu spika seg og liva væl upp á okkara fávitsku. Hví lata teir eisini nú latínskúlan doyggja út? Man tað ikki vera tí, teir síggja sín vinning í, at vit einki sleppa at læra?

Men føroyingar hava fyrr rátt í Føroyum, og teir skulu einaferð enn koma til at ráða aftur. Lat tað vera, at handilin enn verður bundin eitt mannaminni ella meir, lat tað vera, at skúlin verður avtikin, ja, lat tað verða so, at løgtingið enn í langar tíðir ongan heilan rætt skal eiga og einki fult ansvar bera í okkara landi - tann tíð kemur, tó vit, ið nú liva, ikki munnu síggja hana, at aftur verður sólarrenning í Føroyum.

Mín man ævin fara at verða so stutt, loynibrøgdini móti mær eru so mong, men so leingi eg ríki anda, skal mítt ikki liggja eftir til at fáa bilbugt við hesum kúgandi veldi, ið nú herskar í Føroyum.

Djóni
Vóru føroyingar bert samsintir sum vit nólsoyingar, men, tíverri, tvískinningur er í.

Páll
Ja, kundu vit sameinst og allir drigið eina línu! Men tað verður ikki enn; ræðslan situr í blóðinum hjá so mongum. At fara sær oman í fjøruna at stinga sær fliður ella skera tangbjøllu til matna, tað gera føroyingar, tí neyðin drívur vargin av skógnum, men at taka sær um reiggj og fáa landinum liviligari kor, bróta nýggjar rásir fyri vinnulívi okkara og koma okkum upp millum menn, tað torir fjøldin ikki.

Djóni
Rætt hevur tú, bróðir, enn restar okkum nógv (kvøður)

So trekir vit eru at fara á gongd

og fylkjast í frímannaliði

at røkja várt land og byggja várt heim

eftir fornum frímannasiði.

 

Lágt liggur tokan, køvandi tung

og myrkir for arbeiðsins degi.

Av mistrúgv og iva er fólkið sjúkt,

einki álit á egnari megi.

 

(klappar Pálli á økslina)

 

Men kemur tú tjaldur ár eftir ár,

tú boð um ljósari tíðir,

so skal tað kennast um landið alt,

tað tekur at sumra umsíðir.

 

Lat sólina skína um dalar og fjøll,

grønkast lat heiðar og líðir!

Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,

vónandi sælari tíðir.

 

(Tjaldið fellur)

 

To top

Viðmerkingar

Í 1908 spæla havnarfólk enn leikir á donskum. Hetta frættist í einum stubba í ”Tingakrossi” 15. januar.

Har verður sagt frá, at tey í teatursalinum (í Havnar Klubba) 16. januar skulu spæla ”Store Bededagsaften.” Sang-Farce i 1 Akt af K. Jansen, og 19. januar ”Intrigerne”. Sangspil i 1 Akt af C. Hostrup.

Fyrra leikin, sum í bókmentayvirlitum verður nevndur ”Farce med Sange i 1 Akt” hevði  Niels Carl Sigvard Jansen (1836-1907) skrivað eftir fronskum hugskoti. Fyrimyndin var verkið ”Frisette” efter Eugène Labiche (1815-1888) og Pierre Charles Jospeh Auguste Lefrancs (1814-1878). Seinna leikin hevði Jens Christian Hostrup (1818-1892) skrivað. Hann skrivaði eisini kenda leikin ”Hjá dalabóndum”, sum var ein av yndisleikunum í fyrstu sjónleikatíðini í Føroyum.

8. juli frættist í teiginum ”Uge til Uge” í ”Tingakrossi” frá nýggjum føroyskum leiki. Við yvirskriftini ”100-Aars Mindefest” verður skrivað:

”Som bekendt er det i Aar 100 Aar siden Reformatoren og Digteren Poul Nolsøes Død. I den Anledning paatænkes afholdt en Mindefest i fri Luft og derpaa følgende Forestilling i Teatret.

Forestillingen, der indøves i disse dage, bestaar af et originalt tre-Akts Skuespil, ”Ófriðarligar Tíðir”, hvis emne er hentet fra Krigs- og Trængselsaaret 1808, og hvor følgelig en Række historiske Figurer spiller: Kommandant Løbner, Landfoged Hammershaimb, Baron v. Hompesch, også kaldet ”Brillumaðurin”, Poul Nolsøe o.fl.

Hvad Friluftsfesten angaar er dens endelige Arrangement endnu ikke fastslaaet, men antagelig – og forhåbentlig – vil Poul Nolsøes Biograf, Dr. Phil J. Jakobsen, som for Øjeblikket opholder sig her i Byen, indlede den med et Foredrag om Emnet: Poul Nolsøe og hans Samtid, som han er mere fortrolig med end nogen anden. Sandsynligvis vil mødet finde Sted under ”Skansens” minderige Voldrester.

Man har således lidt mere end sædvanligt i vente af den kommende Olai.”

Veðrið var tíverri sera ólagaligt hesa ólavsøkuna, so fundurin varð fyrst fluttur ein dag og síðan hildin innandura – í ”teatursalinum” í Havnar klubba. Um hetta sigur blaðið soleiðis:

”… og tað kendist nú eins og áður sum eitt sakn og heldur sum ein skomm fyri Havnarbygd, at hon ikki skal eiga rúmligari høli enn hetta.”

Drúgv frágreiðing er frá fundinum í ”Tingakrossi” nr. 32 og 33, frá ávikavist 5. og 12. august, og har er fyrilesturin hjá Jakob Jakobsen prentaður og eisini tað, sum Jóannes Patursson og Símun av Skarði fluttu fram.

Vit vita, at leikurin eisini varð leiktur við hetta høvið, men ummæli er einki. Hetta kemst kanska av, at Kristin í Geil, sum hevði skrivað leikin, var blaðstjóri á ”Tingakrossi” og ikki vildi seta seg sjálvan í fremstu røð.

Leikurin varð tó ikki prentaður fyrr enn í ”Tingakrossi” í 1922, sum framhaldstilfar í bløðunum frá nr. 31 til og við 43.  Árið eftir, í 1923, kom hann út í bók. Heitið er ”Ófriðaligar tíðir”, og í innganginum greiðir høvundurin soleiðis frá:

Henda søgumynd var av fyrstu hond gjørd til eina 100-ára minnifest fyri Nólsoyar-Pálli í árinum 1908. Tað var eitt bráðfengis løtuverk, ið minst av ølllum kundi sigast at vera fullborið, hvørki á ein ella annan hátt, men sum kortini stuttleikaði fólki. ”Ófriðaligar tíðir” vóru ta ólavsøkuna spældar 5 ferðir upp í slag.

Sum rímiligt kann vera, er henda sama søgumynd vaksin nakað hesi 14 árini, og í vissum lutum er hon illa at kenna aftur. Vónast má, at hon ikki einans er framfarin í stødd, men eisini í dygd, tó hon ikki tók til at vaksa fyrr enn einaferð í vár. Hvussu vera man við tí ella ikki, eitt er ivaleyst: Henni restar nógv enn.

Men nú verður hon helst ikki øðrvisi.

Oktobir 1922.

C. Holm Isaksen.

 

Umframt í 1908 er leikurin framførdur í Havn veturin 1966/67 í sambandi við, at liðin vóru 200 ár, frá tí Nólsoyar Páll var føddur. Leikurin er annars leiktur: Í Vági 1947 og 1961, í Gøtu 1952 og 1972, í Klaksvík veturin 1922/23 og aftur einaferð í 1960-unum, í Vestmanna helst í 1941 og í Kollafirði í 1942.

Leikhøvundurin sigur, at

”sjónleikurin byrjar nakað tíðliga á morgni hin 1. juni 1808 og endar um kvøldið sama dag.”

Hetta hóvar væl við søguliga veruleikan. Í dagbók sína fyri 1808 skrivar Claus Lund (1739 – 1815), sum búði í Havn:

”1. juni klokkan tvey á morgni kom inn á Havnina ein brigg undir fronskum flaggi, teir søgdu seg veru úr Dunkirk og vóru nú komnir úr Vesturindia, men tað var skjótt greitt, at skipið var enskt. Tað var seinast hildið til havs úr Plymouth og var sama skipið, sum 28. mai var á Eiði. Ovastin nevndi seg generallieutnant Baron von Hompesch og var týskari. Hann bar tey tíðindi, at Kristian VII kongur var deyður 7. mars (hann doyði 13. mars). Vildi um kvøldið seta eld á býin við gløðandi kanónkúlum. Hann skeyt 3 kanónkúlur yvir húsunum í Havn, tí at Skipar Hansen, ið hevði lovað at farið við sum loðsur, var rýmdur. Teir sigldu aftur kl. 9.00 um kvøldið, tá ið hann (Skipar Hansen) var funnin aftur.”

Hendingagongdin verður eisini væl lýst í grein í ”Smáskriftum Varðans” nr. 4, 1915. Greinin nevnist ”Neyðarárið 1808”. Høvundur er Kristjan Jacobsen á Húsum í Havn, sum hevði verið bókhaldari í kongliga handlinum:

 

“Okkurt um 2 vikur aftaná, ein morgun í lýsingini, hevði ein onnur brigg kastað akker á Eystaru vág. Tveir miðvingar, ið høvdu hitt skipið, meðan teir vóru á útiróðri, vóru har bidnir av yvirmonnunum at vísa teim leið til Havnar, og tá ið teir komu í land, søgdu teir frá, at briggin var fronsk og ætlaði at blíva verðandi her alt summarið til verju móti fíggindanum; hetta hevði ein danskari, ein føddur júti, sum var maður á skipinum, sagt teimum. Hesi tíðindi loystu alla ræðslu og allan tann ótta, ið komin var á mong; nú vóru fagnaðartár grátin, og tøkk til Harran uppsend fyri hjálpina, sum higar var komin. Høvuðsmaðurin á briggini, ein barónur Hompesch, kom í land, og franska flaggið fór upp á mastur, tá ið hann steig frá borði; hann lendi “úti á Vippuni”, tveir teir fremstu embætismenn í landinum tóku ímóti honum við hávirðing, leiddu hann undir armi og fylgdu honum til hús hjá øðrum av teimum, og hann varð verðandi í landi nakað út á dagin; har vóru tí góðar stundir at skoða hann nær hjá. “Var eg málari,” sigur ein, ið sá hann, “skuldi eg enn tann dag í dag so væl sum fyri 52 árum síðani verið førur fyri at avmyndað hann, tí so føst situr tann sjónin mær í minni, at eg mest sum síggi hann ljóslivandi fyri eygunum, og eg skal tí siga frá, hvussu vorðin hann var: Hann var í einum gráum kalamanksyvirfrakka, sum røkk niður á øklarnar, so einki petti sást til klæðini innanundir; á høvdinum, sum var krúnrakað og óføra stórt, hevði hann eina svarta kollhúgvu; ein kundi mestan trúð, at høvdið máldi einar 2 alin í ummáls. Yvirskeggið var neyvan annað enn illlitaðar, gular svínabustir, sum vóru klistraðar upp á andlitið, ið var rundleitt, reytt og illbrýnt. Hálsurin var av tjúkt eftir høvdinum; av vakstralag var hann feitur miðalmaður, ein lítil korði í vánaligum slíðra darlaði við beltið; hann bar brillur, ið tá vóru ókendar her á landi, og tí er hann nevndur “brillumaðurin” enn tann dag í dag.”

Umsíður fór hann umborð aftur, men var bert eina løtu burt; so kom hann aftur í land og segðist at vilja hitta ein danskan skipara, ið her búði (skipari Hansen), sum hann hevði orðað við fyrr um dagin. Skiparin var ikki inni, og konan visti ikki at siga, hvar maður hennara var, men av hesum var barónurin fúkandi óður og kravdi mannin heintaðan bæði skjótt og brátt; konan varð so skøkk,   at hon lá svímað eftir, tá ið hann fór frá henni, og í somu øðini reyk hann niðan til embætismenninar, og læt teir vita, at hann ikki var fransmaður, men eingilskur grundeigari, og at teir máttu fáa honum fatur í skipara Hansen, áðrenn ein tími var umliðin, eftir sum hann ætlaði sær av stað; fingu teir ikki skiparan til staðar, tveitti hann eldkúlur inn yvir staðin og brendi hann niður í øsku.

Piprilsi kom á teir høgu harrar; tað skjótasta teir vóru mentir, fingu teir fólk út at leita eftir skiparanum, og soleiðis fuku hesi ræðuligu tíðindini eins og neistar gjøgnum staðin. Ein partur av fólkinum flýddi burt av bangilsi; meðan leitaðu nakrir eftir skiparanum. Nú fóru gotristykkini á skipinum at duna, og eingin ivaðist í, at hetta var byrjan til tað herverk, ófriðakroppurin hevði hóttað við. Men júst tá varð skiparin funnin; hann var rýmdur niðan í hagan og hevði fjalt seg har. Nú var hann alt í einum sendur umborð, skotini hildu uppat, og skipið sigldi av stað.

Hin 1. juni, sum var 2. hvítusunnudagur, lá briggin aftur fyri akkeri á vágni. Barónurin Hompesch fór beinanvegin til embætismenninar og boðaði frá, at hann ætlaði at ræna hin kongaliga handilin og tann pening, sum tær føroysku kirkjurnar áttu, og legði hann afturat: Um alt tað, ið var ríkisins ogn, bleiv latið honum upp í hendur, skuldi einki verða rørt av tí, fólk áttu, men annars tók hann alt við makt, og tá lovaði hann ikki fyri úrslitinum. Embætismenninir vóru heilt falnir í fátt og eintust um at játta honum at taka tað, hann vildi. Vørugoymslan í handlinum var upplatin fyri honum, sjálvur fór hann inn í kirkjuna, kravdi lykilin til tað skápið, ið aftan fyri altarið var, tí har inni, segði hann, vóru pengarnir goymdir, og nevndi, hvussu nógvir. Tað var júst so mikið, sum har átti at vera. Meðan hetta stóð á, var alt í einum vasa úti í staðnum; tey flestu vóru heilt fallin í fátt av ótta og bangilsi, nøkur flýddu burt til grannabygdirnar. Skipsmenninir sveimaðu í gøtunum, brutu inn í summi hús og rændu mangar dýrgripir. Fólkini, ið inni vóru, noyddust at hyggja tigandi at, um tey ikki vildu verða meinslað.

Skipið varð liggjandi her nakrar dagar; meðan hagreiddu skipsmenninir handilsvørunum, sum teir funnu fyri gott, eftir sum tað tyktist, at tær vóru givnar teimum í hendi, teir tveir fyrstu dagarnar; síðani var givið havnarfólki atgongd at keypa matvøru úr handlinum. Tey, ið so frægt dirvi høvdu, komu at keypa, og hetta vardi við teir fáu dagarnar, skipið varð liggjandi.

Nú bleiv tað sindrið, ið eftir var í pakkhúsinum og onnur neyðturvilig vara aftur givin upp í hendurnar á handilsforvaltaranum og krambúðsveinunum at selja landsins fólki, og handilin varð á henda hátt førdur fyri rokning “barón Hompesch”, sum tí kravdi, at teir stóðu sær til rokniskap við tí minsta sindri. Seinri kom skipið aftur higar og hevði tá við sær alt, í handlinum var av førøyskum vørum og peningi, og fór so av stað við alla. Hin áðurnevnda skiparan hevði hann umborð hjá sær, men nakrar dagar aftan á varð hann settur upp á land í Sandoynni; nakrir dalbingar høvdu funnið hann meir enn hálvdeyðan sitandi undir einum forbergi, har tað var ógjørligt hjá honum sjálvum at sleppa sær burt. Soleiðis var hann bjargaður, og kom aftur til heim sítt í Havn.”

So væl ið hendingargongdin í leikinum søguliga er skjalfest, er ikki at undrast á, at flestu persónar eru veruligir søguligir persónar:

Løbner, kommandantur, er Emilius Marius Georgius Løbner, sum var dani, føddur í 1766 (sama ár sum Nólsoyar Páll). Yrkisleið hansara er í danska herinum, og síðani gjørdist hann embætismaður. Hann kom til Føroya sum skansakommandantur í 1801. Hetta vóru ófriðartíðir og gjálv eftir stóru fronsku kollveltingina í 1789. Nú var Napoleon eisini komin upp í leikin, og í 1807 kom Danmark í kríggj við Bretland.

16. mai í 1808 kom bretska skipið ”Clio” á Havnina. Ovasti var Baugh, kapteynur. Uttan svørðsslag gav Løbner skansan yvir til bretar, og henda hending hevur givið honum vánaligt eftirmæli í føroyskari søguskriving, hóast hann framdi mangt gagnligt í sínum starvi. Tað hevur heldur ikki bøtt um, at hann var illa í øgn við Nólsoyar Páll og royndi at forða honum, tá ið hann fór at flyta vørur til Føroya og úr Føroyum. Í ”Fuglakvæðinum” er Løbner falkur, sum er frekur rovfuglur.

Í 1816 var føroyska løgtingið avtikið og oyggjarnar, sum høvdu verið undir Sælands amti, vórðu við kongligari fyriskipan sjálvstøðugt amt, Færø Amt. Løbner, ið enn var kommandantur, varð fyribils settur í amtmansembætið. Í 1821 varð hann settur fast í starvið, sum hann røkti, til hann vegna heilsubrek legði frá sær í 1828. Tá var hann fluttur aftur til Danmarkar, har hann doyði í 1849.  Til stuttleika kann verða nevnt, at seinni rann saman millum hesar ættirnar, sum fyrst í 19. øld høvdu ligið í svárum stríði, tá ið Napoleon Nolsøe, bróðursonur Nólsoyar Páls, giftist við dóttur Løbner Henriette Elisabeth.

Hammershaimb, fúti er Wencelaus Hammershaimb, føddur í Havn í 1744. Hann var sonur fyrsta mannin av Hammershaimb-ættini, Jørgen Frantz, sum kom til Føroya í fútaembætið í 1723. Vensil hjálpti pápa sínum í embætinum og gjørdist eftirmaður hansara í 1763. Fútaembætið røkti hann til 1815. Hann doyði í 1828. Vensil Hammershaimb verður í ”Fuglakvæðinum” nevndur Skúgvur.

v. Hompesch barónur, “Brillumaðurin”  var føddur í 1760 og æt Charles (Karl) Theodore Joseph Anton Hompesch. Seinast í 1700-árunum búði ættin á Bollheim-slottinum einar 45 km norðan fyri Aachen í Týsklandi. Hetta var gomul riddaraætt, ið hevði átt borgina Höningen longu í 1116, tá var navnið stavað Hundbusch, og av hesum er ættarnavnið Hompesch komið.

Pápi Brillumannin æt Karl Frantz von Hompesch-Bollheim. Hann var múgvandi maður og hevði týdningarmikil størv í týsku umsitingini, var eitt skifti ráðharri í kurfúrstadøminum Phalz, og seinni forsætisráðharri í kurfúrstadøminum Bayern, har hann doyði í 1800.

Brillumaðurin fór um leið 1775 upp í eysturríkska keisaraherin. Hann helt mest til í Ungarn, ið tá hoyrdi til eysturríkska keisararíkið, og fekk, sum frá leið, ungarskan borgaraskap.

Í 2. bindi av “Havnar søgu” skriva Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe soleiðis um starvsleiðina hjá von Hompesch fram ímóti atsókn hansara í Føroyum:

Í 1788 beyð Brillumaðurin sær at hjálpa eysturríkska keisaranum, sum nú var komin í kríggj við Turkaland. Keisarin tók ikki av, tí hann hevði fingið loynivitan um, at Brillumaðurin var ikki álítandi. Brillumaðurin gjørdist nú í øðini og fór upp í rørslu, ið vildi loysa Ungarn frá eysturríkska keisaraveldinum. Hetta eydnaðist ikki, og hann varð gjørdur útlagin.

Í 1792 var hann í proysiska herinum, ið var í kríggj við Frakland. Eftir tað, at proysarnir høvdu tapt bardagan við Valmy, tóku teir seg úr bardaganum við Frakland. Longu árið eftir er Brillumaðurin í bretskari hertænastu. Í 1794 bardist hann við bretum móti fransum í Hálandi, hann varð tikin til fanga, men varð latin leysur aftur. 1796-1798 stríddist hann við bretum móti fransum um valdið á Hispanióla í Vesturindia. Hann er síðan ofta í smáum bardøgum og rættartrætum. Eisini dámar honum væl at spæla um pengar, og eina nátt í 1803 tapti hann soleiðis 2025 pund sterling.

Um lyndið í Karl von Hompesch baróni er skrivað sera ymisliga.

Onglendingurin J.F.West sigur: “Hompesch var harður, men ikki óheiðurligur”.

Arthur Vaag hevur heilt aðra meining um mannin:

“Keisarin hevði góða grund at vísa (Hompesch) frá sær. Hann hevði longu í minsta lagi eina ferð svikið sítt heiðursorð. Og í brøvum, hann hevur skrivað, eru javnan snaringar og ósonn páhald. Hann fer sera lætt um sannleikan”. Og Arthur Vaag heldur fram: “... (hann) var sermerktur soldátur, ... hann var skjótur at melda seg til, tá ið útlit vóru til bardaga og vandar, og tað hevði minni at týða, hvørjum parti hann var í. Hann var trætin og illsintur og hevði lyndi til at gerast firtin og ágangandi”.

 

Nólsoyar Páll  Páll Pálsson Nolsøe, vanliga nevndur Nólsoyar Páll, varð borin í heim í Nólsoy í 1766 sum fjórði sonur teirra Páls í Garði og Súsonnu Djónadóttur.

Tað verður sagt, at Páll og brøður hansara lærdu at lesa og skriva hjá ungum nólsoyingi, ið var latínskúlalærdur. Páll varð so settur í læru hjá fútanum í Havn, Venzel Hammershaimb; her støðaðist hann tó ikki leingi - hugurin stóð til sjógvin.   Hann  lærdi  sjómanskunnleika og siglingarfrøði hjá Mads Winther, bókhaldara við Kongliga Handilin, og so fór hann til stroks - út í verðina at bróta sær ein veg og læra siðir at kenna hjá øðrum og størri fólkasløgum. Í nøkur ár sigldi hann úti og kom víða um, men lítið vita vit um lív hansara hesi árini.

 Í 1797 kemur hann heim aftur, og nú byrjar av álvara stríð hansara móti einahandli og embætismonnum. Hann giftist í 1798 við gentu úr heimbygdini, men hon doyr longu ár 1800, og árið eftir giftist hann upp aftur við gentu av Norðoyri, sum   er   borin   til   eitt   festi.   Stutt aftan á hetta skiftir hann um garð við ein bónda á Biskupsstøð í Klaksvík.

Í 1804 keypir hann eitt strandað skip á sølutingi í Suðuroy og úr leivdunum av hesum skipi og øðrum skipaleivdum byggir hann á Fløtuni Fríðu í Vági saman við øðrum monnum Føroya fyrsta deksfar í nýggjari tíð ”Royndina fríðu”.

Við hesum fari siglir hann so við farmi millum Danmark og Føroyar. Hetta eru ófriðartíðir - kríggj er millum Bretland og Danmark. Á einari av ferðum sínum taka bretar ”Royndina”, og hon ferst. Páll leitar tá til London við kravi um at fáa nýtt skip. Hann fær játtandi svar, men á ferðini til Føroya við hesum nýggja skipi - hetta er í 1808 - hvørvur Páll og spurdist ikki aftur.

Páll yrkti fleiri tættir, m.a. ”Fuglakvæðið”, sum lýsir stríð hansara móti embætismonnunum í Havn og ”Gorplandskvæðið” um ta ferðina, ið Løbner so lorkaliga spældi av við ræðið á skansanum.

Skipari Hansen er danin Peder Hansen, stundum skrivaður Peder Hansen Wolles, føddur í 1745, deyður í 1817.

Oldurabbasonur hansara, Jóannes Patursson, skrivar í bókini ”Tættir úr Kirkjubøar søgu – endurminningar”, Felagið Varðin 1966, at skiparin var

”ættaður av Rømø, av Frísaslag, men skuldi aftur eiga ætt sunnan úr londum.”

Jákup Andreasen úr Klaksvík hevur í bókini ”Wolles fólkini og Trøllanes”, 2009, skrivað um Skipar Hansen og eftirkomarar hansara.

Har verður greitt frá, at Peder Hansen kom hendavegin sum skipari í tænastu hjá Rybergs handli í Vágsbotni. Hetta handilsvirkið fór undir virksemi í Havn í 1766. Seinni sigldi hann sum skipari fyri kongliga einahandilin. Hann giftist í 1775 við Julionnu Ísaksdóttur, sum var úr húsunum í Árnafirði á Reyni í Havn. Julianna átti, hesi árini frá tí tey giftust, til hon í 1794 doyði 44 ára gomul, ellivu børn. Av teimum komu fimm undan.

Skipar Hansen giftist í 1799 uppaftur við  Elsebeth Kirstinu Símunardóttur úr Havn. Hann var tá 54 ára gamal, hon 22. Elsebeth átti frá 1799 til 1815 níggju børn. Av teimum komu seks undan.

Súsanna á Kák, “klók kona”,
Elsba í Knútsstovu, tænir hjá fútanum
Ada á Ryggi, í húsinum hjá Løbner
Janus, bróðir hennar, skrivaradrongur hjá fútanum
Jógvan  í   Steikarhúsi,   korpurálur   á skansanum
Elin, kallað ”Pusifellan”, systir hans

eru øll havnarfólk, og væl kann tað vera, at tey øll eru søguligir persónar, sum høvundurin hevur hoyrt um. Ið hvussu so er, eru tey bæði seinast nevndu lýst í eini grein, sum faðir høvundsins, Djóni í Geil skrivaði í ”Smáskriftum Varðans” nr. 3 í 1915:

“Jógvan í Steikarhúsi (Joen Steegerhus), ið livdi í seinra partinum av átjandu og inn í fyrra partin av nítjandu øld, var korpurálur við herliðið á Havnar skansa. Hann var miðalmaður, men sera væl bygdur og tiltikin um alt landið fyri at vera av sterkastu monnum.

Tað var, meðan Jógvan stóð í sínum besta blóma og var soldátur á skansanum, at “Vágsbotnshandilin”, felagið Rosenmeyer & Floor (sum hevði kongligan einarætt at handla í Føroyum úr Ameriku og Onglandi frá 1768 til 1788) var til. Ein dagin sat hann saman við nøkrum eingilskum sjómonnum inni í skeinkjustovuni, ið tá var – “klubbin” var hon kallað - og drakk.   Í fyrstuni gekk alt væl, teir vóru fróir og kátir, men sum vant er at vera í slíkum viðurskiftum: so við og við sum teir fingu upp í høvdið, ilskaðust teir meiri og meiri, og einaferð, Jógvan hevði verið opinskáraður og stungið eingilskmonnunum skørð, fleyg øði í teir, og teir lupu á; men tó at teir vóru 8 í tali, basti Jógvan teimum, og hann fór úr bardaganum, tungur í høvdinum, men lættur um hjartað yvir sigurin, ið vunnin var.

Hann fór tó ikki heim, men spákaði sær niðan í Bø. Klagað varð til kommandantin um henda føroyska soldátin, og tveir konstáblar, báðir Norðmenn, vóru sendir av stað at leggja hond á hann. Uppi undir Glaðsheygi funnu teir hann, har hann hevði lagt seg at sova, men tá ið teir vaktu hann, var hann heilt í ørviti og sló frá sær sum ein óður maður, so annar konstábilin var illa løstaður. Tað kom Jógvani aftur um brekku, tí nú varð hann settur í skansan og dagin eftir dømdur at “renna spíðsrót”, ið tá var vanlig sónarbót fyri soldátar: Illgerðsmaðurin varð leiddur nakrar ferðir aftur og fram millum tvey soldátarlið, og hvør av teimum sló hann á nakið bak við flatari klingu.

Tá ið dagurin var komin, at Jógvan skuldi tyktast, stóð alt soldátarliðið yviri á skansa. Syndarin varð leiddur fram, tá kommandanturin kom til staðar, og hesin helt so eina stranga tyktunarprædiku fyri Jógvani, meðan hann setti korðuoddin fyri bringuna á honum. Tá ið kommandanturin hevði endað røðu sína, læt Jógvan seg úr troyggjuni, hálaði eina fløsku upp úr ermuni, setti hana fyri munnin á sær og drakk tostadrykk, vendi sær at kommandantinum og  kvað,   harðmæltur   og treystliga:

“0g det var Vidrik Verlandssøn,

han gjorde deraf stor Gammen;

det var som vi drukke Mjød af Skaal,

kunde vi ellers komme tilsammen.”

 

Síðani tók hann sónarbót sína og lætst ikki um vón.

Jógvan í Steikarhúsi var eisini djarvur og dúgligur sjómaður. Ein dagin hann var á útróðri, brast ódn á. Hann og ein annar bátur, sum “vektarin” - seinasti vektari í Havn - var formaður á, drálaðu nakað leingi, áðrenn teir tóku til at rógva heim aftur. Í evstu stund eydnaðist tað Jógvani at sleppa inn um Bussatanga, men hinum ikki; eysturgerðin fekk fatur á teir, og menninir á báti Jógvans vóru nú vitni til, hvussu syrgiliga hin fórst. Teir sóu hinar berjast eina løtu móti aldunum, sum skolaðu yvir teir og at endanum kollveltu bátin, og síðani sóu teir menninar klintrast upp á kjølin; har sótu teir eitt bil, meðan streymurin tók teir til sjós. Tó at Jógvan væl fataði, at tað var vónleyst at royna at redda teir, og at ein slík roynd var tann vissi deyði fyri teir sjálvar, mælti hann tó til tað, men bátsmenninir søgdu korta nei. Til sína deyðastund iðraði Jógvan seg eftir, at hann her hevði givið seg undir, tí hann helt, at hann kundi verið meiri ágrýtin at bøna bátsmenninar at koma hinum til hjálpar, og hin sterki, harðføri maðurin, sum við hvørt kundi vera heldur strangur og ilsligur, var síðani henda syndarliga skaðaatburðin blídligur, eymur og góður, ikki einans móti sínum egnu, men eisini við soldátarnar á skansanum, tá ið hann var blivin korporálur har.

Á skansanum vóru tá fýra vaktarmenn hvørja ferð, ein korporálur og tríggir soldátar, og   hesir   skiftust at halda vakt hvør sínar tveir tímar; at fara frá vaktini uppi á skansavøllinum var ikki lukkuligt, ja, teir tordu enntá ikki at fara oman í garðin, áðrenn næsta vakt var komin til. Hetta kundi við hvørt verða heldur drúgført, ikki at tala um, at tað var keðiligt at standa har í bøla niðu og ódnarveðri tveir tímar í senn og ikki síggja eitt livandi kykt, tí í slíkum veðri vóru hinir vaktarmenninir fegnir við at sita í tí flógvu vaktarstovuni, til tess teirra tíð kom. Áðrenn henda áðurnevnda ólukka barst á, hevði Jógvan í Steikarhúsi, sum tá var korporálur, ikki lagt stórvegis í vaktarmenninar, men einans ansað eftir, at hvør kom á plássið til røttu tíð, men hetta hevði gjørt hann so eyman og umsorgarmiklan, at hann støðugt vitjaði vaktarmenninar og segði teimum frá, hvat ið fram var. -

Ein systir Jógvans í Steikarhúsi var tiltikið illkvendi og varð tí altíð argað, tá ið til bar; tey kallaðu hana “Pusifellan”. Tað versta, hon kundi tola, var, at grýlur komu inn um dyrnar, og torgaði ein slík sær inn, var “Pusifellan” alt í einum eftir bukkuni, og so kvik var hon tá á fótaferðini, at viðhvørt eydnaðist henni at fáa tveitt tað, í bukkuni var, oman yvir skøltin á teim neyðar grýlum, áðrenn tær sluppu út aftur.”

Dánial Niklasson, ”hjá Lilla”, kallaður ”Kleyvardrongur” ella „Greivin av Orient”, bóndasonur úr Nólsoy. Hesin nólsoyingurin skrivaðist Daniel Niclasen, føddur í 1782. Um hann skrivar Egon Hansen í 2. bindi av bókini “Nólsoy – søgubrot og fólk”, 2009:

“Dánial Niclasen ella Dánial hjá Lilla, er í táttinum hjá Nólsoyar Páll Greivin av Orient ella Kleyvardrongur gjørdur ódeyðiligur. Dánial var ein skálkur og letingi. Sum ungur gjørdi hann í heilum skálkabrøgd, tí ikki flættaðist við hann. Um skálkabrøgd hansara verður sagt: Einaferð leikaði hann trøll og buldraði í skotinum ímillum veggjar og bróst í Kongsstovu fyri at ræða tey, ið inni vóru. Ótti kom á húsfólkið og tey lósu sálmar og signaðu seg av ræðslu. Tá hann umsíðir kom fram úr skotinum, sá Mallu Jógvan hann og tók at renna eftir honum. Komin norð í Váðagjógv leyp Dánial niður í gjónna og helt sær í tangbjøllum, til Jógvan var farin sín veg.

Eitt árið um heystið møtti Dánial einum nólsoyingi, ið rak seyð heim. Dánial bað mannin selja sær tjúgu geldseyðir. Maðurin visti, at Dánial átti ongan pening at gjalda við, tí játtaði hann at selja. Dánial tók til beins og kom skjótt aftur til mannin við peninginum. Maðurin spurdi bilsin, hvar hann hevði fingið peningin. Norðan fyri Ryggjagarð, svaraði Dánial. Tá hevði hann selt ein gyllin í jørð fyri at keypa seyðin.

Dánial átti eitt jarðarstykki, ið tann dag í dag ber navnið Letan ella uppi á Letuni. Hetta jarðarstykkið fekk navn eftir, at hann var so latur, at hann lá á knæ og slerdi gras - hann tímdi ikki at standa.

Tá hann var fermdur fór hann av landinum og sigldi millum Føroyar, Danmark og Skotlands. Á uttanlandsferðum sínum kom hann tíðum í kløtur, tí hann vildi teljast millum menn. Av hesum nevnir Nólsoyar Páll Dánjal fyri greivan av Orient, tí at barnaheim hansara stóð eystast í Nólsoyar bygd - Eysturi við Svartafoss. Í dag millum húsini á Mýruni og Linustovu.

Dánial hjá Lilla var skotin í bóndadóttrini í Búð, ið var ógvuliga rík. Borin til tvær merkur av kongi og væl av óðalsjørð. Tey hildu nógv av hvørjum øðrum og vildu fegin koma saman. Hetta vinarlagið var illa umtókt av teimum avvarðandi, sum settu seg harðliga ímóti, at giftan kom í lag.

Tí vórðu gomlu ráðini nýtt, sum kvøðið verður um í Aksals vísu:

“Et Handklæde mellem dem skaaret blev.”

Báðir partar skuldu halda í hvør sín enda á einum handklæði, meðan ein triði persónur skar handklæði sundur ímillum tey. Hetta skuldi gerast fyri at minka um ástarhugin millum tey ungu. Síðan veit søgan einki meira um tey at siga.

Hvar Dánial hjá Lilla endaði sínar dagar, er ógreitt. Bóndadóttirin í Búð giftist við Jógvani í Abbastovu, elsta bróður Nólsoyar Páls.”

Tátturin um Dánjal hjá Lilla (50 ørindi) hevur frámerkið 209 í “Føroya kvæðum”, CCF, prentaður í 6. bindi av heildarútgávuni, sum kom í 1972. Høvuðsheimildin er Fugloyarbok, kvæðahandrit, sum Hanus bóndi Hanusson úr Útistovu í Hattarvík skrivaði millum 1831 og 1854.

Í frásøgnini hjá Egoni verður ein av brøðrum Nólsoyar Páls, Jógvan í Abbastovu, nevndur. Ein annar bróðir, Djóni, kemur á pall í “Ófriðarligum tíðum”, hóast hann ikki er nevndur í leikaralistanum. Hann man tí metast at vera oddamaður nólsoyinga, sum verða nevndir sum ein bólkur í leikarayvirlitinum. Hesin Djóni var næstelsti bróðir Nólsoyar Páls, føddur í 1762, deyður í 1846.

*

Umframt nøkur táttaørindi verða í leikinum bornar fram nakrar yrkingar, ið okkurt lítið skal sigast um:

Í leikbrotinum í fyrsta parti, har Jógvan og Elsba eru á palli, argar hann hana við, at mangir fríggjarar munnu standa henni í boði, og hann spyr, um hon hevur sæð Janus á Ryggi, skrivaran hjá fútanum, nýliga. Hon svarar, at Janus hevur yrkt henni ein sang, sum hon so syngur fyri honum.

Tað, sum hon syngur, eru tvey tey fyrstu ørindini av fýra úr sanginum “Eg elski tíni eygu”, sum Hans Andrias Djurhuus (1883-1951) yrkti, og sum stóð prentaður í Tingakrossi 3. nov. 1909, gott og væl eitt ár eftir, at leikurin varð sýndur. Petur Alberg, bróðir Kristin í Geil, hevði sett lag til sangin.

Í 2. parti ber Janus fram fyri Adu eina yrking, hann hevur yrkt til Nólsoyar Páll. Hetta eru fýra tey fyrstu ørindini av seks úr minnisyrking Hans Andriasar Djurhuus til Páll. Hon varð borin fram á fólkafundinum, ið áður er umrøddur, á ólavsøku í 1908. Í síni heild er hon prentað í “Søgumáli”, 1922, og tá eru hesi ørindini í leikinum nakað broytt.

Triði og seinasti partur endar við, at Djóni, bróðir Páls, syngur fýra ørindi, sum fyrst staðfesta, hvussu trekir føroyingar eru í frælsisstríðnum, men síðan verður vónin vakt, tí at tjaldrið, sum ímyndar Nólsoyar Páll, skal koma við ljósari tíðum, so at “tað tekur at sumra umsíðir”.

Hesi ørindini eru seinni helmingur, 5., 6., 7. og 8. ørindi, úr yrkingini “Tjaldur ver vælkomið”, sum Jákup Dahl (1878-1944) yrkti suðuri í Vági um várið í 1907. Yrkingin varð prentað í Tingakrossi 11. mars 1908.

Petur Alberg er nevndur frammanfyri. Í bókini, sum Óli Jacobsen í 2010 gav út um hann, finna vit hetta dagbókarbrotið, skrivað nakað eftir at Petur 11. mai í 1908 fór til Noregs at læra málingaryrkið:

“Í teimum døgunum fekk eg bræv frá Kristin bróður, har hann bað meg senda sær nótarnar til “Tú alfagra land mítt”, “Tjaldur ver vælkomið”, “Eg elski tíni eygu” og “Legg tínar armar um mín háls”. Teir skuldu nýtast í einum sjónleiki, teir skuldu spæla í Havn á ólavsøku til 100 ára minning Nólsoyar Páls. Tá eg sat og skrivaði hesi løgini fyri at senda tey til Føroya, tá komu fram fyri meg allar tær stundir í Ungmannafelagnum og aðrastaðni, har eg hevði sungið hesar mínar sangir, og eg var eitt sindur sárur um hjarta av longsli. Eisini ynskti eg mær at vera við til sjónleikin og alt starvið frammanundan.

Seinni, aftan á ólavsøku, fekk eg bræv frá Føroyum, frá pápa og Poul bróður, sum søgdu frá, hvussu óførur gravgangur hevði verið eftir billettum til sjónleikin, ið bar navnið “Ófriðarligar tíðir”. Áh, sum eg sá Havnina og heimið fyri mær í kærum hugnaligum ljósi!

At kunna hava verið har uppi um ólvasøkuna og spælt Løbner, sum ætlanin var, tað hevði verið stuttligt! Og nú gekk eg her og tvassaði og sá ikki ein føroying, dag út og dag inn. Eg var ótolin og longdist, men eg havi jú higartil “dansað á rósum” gjøgnum lívið og kendi ógvuliga lítið til beisku síðuna av lívinum.”

*

So stórt pláss Nólsoyar Páll hevur fingið í søgu okkara, er ikki at undrast á, at fleiri yrkjarar hava sett honum varða. Vit prenta her nakrar av kendastu yrkingunum:

Jóannes Patursson:

NÓLSOYAR PÁLL

Fagurt sól í Føroyum rann,

mætir ráddu búgvi,

tá dreiv dimmið tjúkt á jørð,

fólkið fell á grúgvu.

 

Nú láta tjøldur,

bæði burtur og hjá,

sólin roðar í havsbrúnni,

skyggir fjøllum á.

Nú láta tjøldur.

 

Maður brá og kyndi eld

mót sortuni tí longu,

reisa vildi hann fólkið upp

og fáa aftur til gongu.

 

Reistist upp av tungum dúri

maður nú og tá  

torir tú lið á garð at bróta,

ganga vit aftaná.

 

Sjálvur bygdi hann knørrin,

sjálvur førdi hann skip;

beiskir harrar á borgum standa,

tað kitlar teir í grip.

 

Stongdu teir um stræti

og um skeiðaslóð:

einsamallir vilja vit troyta

bæði strond og ló.

 

Tó skal eg mín naglfara

stýra eftir grunni,

heldur enn fólkið doyggja skal

við tarablað í munni.

 

Hetta mælti kappin reysti,

skútu legði í kav,

enn skal eg á einum sinni

sigla Onglandshav.

 

Doyði tú fyri Føroya landi,

fjalir teg havið kalda,

føroyingar skulu ei gloyma teg,

so leingi sum klettar halda.

 

Fosturlandsalskin, sum tú kyndi,

frælsislogan bjarta,

hann skulu tjaldursungar bera

allar ævir í hjarta.

Sangurin er yrktur til ein fólkafund í Nólsoy í 1895. Føroyingafelag hevði boðað til fundar við tí endamáli at fáa fólk at taka seg saman at reisa Nólsoyar Páli minnisvarða. Hann er prentaður fyrstu ferð í “Føringatíðindum” nr. 13, 1895, síðani í bókini “Yrkingar”, 1966.

*

Jóannes Patursson:

HEL ER KOMIÐ í HENDI

 

Hel er komið í hendi,

her leyt eg happið stilla,

hetta var seinasta ferð.

Hetta var hinsti endi,

henda fórst ferðin illa,

fell so mín seinasta gerð.

Aldri fólkið aftur mítt eg fevni,

aldri brattum oyum at eg stevni.

Ránar døtur reiðar nú í hevni

reiða kaldan beðin, feigdar evni.

 

Neyðin í nektaðum landi,

nítur mær enn í hjarta,

sjón, tað eg seinast sá:

Fólkið, ið fátækt andi,

fjáltrið og dáðloysi svarta

sum marra á landsmonnum lá.

Bandið var so bondskligani bundið

bótaleyst tað armóðfólkið stundi,

linka ella loysa eingin kundi,

- lokur for durum og stongsil á hvørjum sundi.

 

Seigt er tó seggja slagið,

seiggi tú goymir í knotum,

tú ert tó av ramari rót;

um armóðin enn hevur ræðið,

um bølið enn liggur for skotum,

tær stendst tó alvæl til bót:

Tungu tína ei teir megna at týna,

treysti títt um stund skal ikki dvína,

onkuntíð tú ættarbrøgd vilt sýna,

at tú torir fram á vøllir trína.

 

Noyðist nú niður søkka

- níðingar mær hava banað. -

Skútan smildrað í sor.

Undan tó ei vildi røkka,

alvar - av fornum vana -

heima teir hæla sær spor.

Deyðsong mína dimmu teir yvirstíga,

dugnamenn ei vilja lata bíða,

elur tað heldur edilingum at stríða,

at eg gekk burtur og “Royndin” mín hin fríða.

Henda yrkingin varð borin fram á 100 ára minningarfundinum á ólavsøku 1908, ið nevndur er frammanfyri. Hann er prentaður í Tingakrossi nr. 33, 1908 og nevnist “Um Nólsoyar Páls síðstu stund”.

*

Hans A. Djurhuus:

NÓLSOYAR PÁLL

Í vónloysi fólkið. Hvør grindin var læst.

Teir stýrandi bundu so fjøtrandi fast

hvønn fuglin, sum longdist á flog.

Ei vón var, hitt nívandi trælaok brast,

og menn fingu fríari boð.

Hvør átti tann rætt at binda tey bond,

sum gjørdu, at tíðin var fátæk og ónd?

Eingin, kvað strongur í íðu.

Páll bygdi “Royndina Fríðu”.

 

Og væl verði honum, sum bygdi ta skeið,

hann vísti, at enn kendu føroyingar leið,

at havið var fríasta rás.

Hann óttaðist ikki, um bylgjan var reið,

og tóm gjørdist bóndanum ás.

Nei, upp vant hann seglið í húnar hátt,

teim ráðandi gav hann sín beiskasta tátt;

og nú var náttin at líða;

tí fram sigldi “Royndin Fríða”.

 

Og væl verði honum, sum sigldi so væl;

hann lækkaði ikki, um dimm stóðu æl,

og hvirlurnar hvinu um rá.

Fyri honum var ódnin eitt vandaleyst spæl,

hann herjaði hugaður á.

Tað breyt út frá bógnum, tað reyk inn um stavn,

tá hann førdi føroyingum føðslu í havn.

Ei eru stundir at kvíða,

nú kemur «Royndin Fríða».

 

Í vónloysi fólkið. Hann veitti tí mátt,

um mjørkin var doyvandi, loftið so grátt,

hann átti ta treystastu sál.

Har aðrir teir løgdust, hann leið hevur átt,

tí viljin var stinnur sum stál.

Men so kom tann stund, at í deyðan tað bar.

Tá ið leigaðir knøttar í sor skutu far,

sára græt strongur og íða:

Nú søkkur “Royndin Fríða”.

 

So søkk hann og “Royndin” í kolbláa hav,

sítt lív og sín deyða hann føroyingum gav;

av hansara blóði hon spratt,

hin megin, sum kastaði trælsokið av,

so føroyingar kravdu sín rætt.

Tann andin, ið fylkir Føroya tjóð,

tann andin, sum mangan í broddinum stóð,

hann var í brótandi íðu

hjá Pálli og “Royndini Fríðu”.

 

Í vónloysi mangur; tó merkið er sett,

tað rubbandi bandið, ið bant okkum, kvett;

tí nú sigla knørrir um hav,

og mangur seg hevur í rygginum fett,

sum áður í dáðloysi svav.

Nú birtist av nýggjum hin vitin, ið brann

fyri honum, ið leiðina føroyingum fann.

Liva, um árini líða,

Páll Nólsoy og “Royndin Fríða”.

 

Hetta er yrkingin, sum Kristin í Geil letur Janus bera fram nøkur ørindi av í leikinum. Hon var, sum áður nevnt, prentað í Tingakrossi nr. 33 í 1908 og síðani í savninum “Søgumál”, 1922.

*

J.H.O. Djurhuus:

HEIMFERÐ NÓLSOYAR PÁLS

Ravnagorr yvir Beinisvørð,

skýdráttur, náttsól hálv –

“Royndin hin Fríða” mót' heimastrond

í brotasjógvi og gjálv'.

 

Kappar fróir á bunkanum,

kátastur Nólsoyar Pól:

dansur og skemtan í annaðkvøld,

ástarleikur og ból.

 

Vreið kom Rán, klædd í glaðustrok,

so mjøllhvít og mikil sjón:

komin á fund tín, Nólsoyar Pól,

eg krevji títt bretska grón.

 

Komin á fund tín, Nólsoyar Pól,

eg bjóði tær heim í nátt,

nú lystir mær og mínum døtrum

at hoyra tín Fruntatátt.

 

Ræddist ei reysti Nólsoyar Pól,

Rán fekk frá skaldinum tøkk,

- gotrini sungu heljarljóð

og “Royndin hin Fríða” søkk. -

 

Dagur kom aftaná níðingsdáð,

- sorg var í tjaldra fjøld –

ravnar rýmdu frá Beinisvørð,

tá helvt var gingin av øld.

 

Dagur kom aftaná níðingsdáð,

Beinisvørður í sól –

frítt stóð fjallið í grønum stakki:

Rún um Nólsoyar Pól.

 

Traðkast og trælkast føroyingar,

- fýrføttir fjaðka um fjøll –

Fuglakvæðið tá Nólsoyar Pól

flytur í Ránar høll.

 

Traðkast og trælkast føroyingar,

- missa mæli og mál –

muna skal annar Nólsoyar Pól

mikil í brynju og stál.

Henda yrkingin stóð í Studentablaðnum í september 1917. Seinni er hon prentað í Føroyatíðindum 3/6-1918 og í savni fyrstu ferð í “Yrkingum”, 1923.

 

To top

Heimildir

Andreasen, Jákup: “Wolles fólkini og Trøllanes”, Egið forlag 2009.

CCF: Føroya kvæði – VI. Bind, 1972.

CCF: Føroya kvæði – VIII. Bind, 2003.

Dahl, Árni: “Bókmentasøga I”, Forlagið Fannir 1980.

Dahl, Árni: “Bókmentasøga II”, Forlagið Fannir 1981.

Dahl, Jákup: “Tjaldur ver vælkomið”, Tingakrossur 11. mars 1908.

Debes, Hans Jacob: ”Føroya søga 3. Frá kongligum einahandli til embætisveldi”. Føroya skúlabókagrunnur 2000.

Djurhuus, H.A.: ”Søgumál”, 1922.

Djurhuus, H.A.: ”Ritsavn 2”, 1952.

Djurhuus, J.H.O.: ”Yrkingar”, 1923.

Djurhuus, J.H.O.: ”Yrkingar í úrvali”, Hitt føroyska studentafelagið 1961.

Djurhuus, J.H.O.: ”Yrkingar 1898-1948”, Mentunargrunnur studentafelagsins 1988.

Føringatíðindi nr. 13, 1895.

Føroyatíðindi 3. juni 1918.

Geil, Djóni í: ”Jógvan í Steikarhúsi”, Smáskriftir Varðans nr. 3 í 1915.

Hansen, Egon: “Nólsoy – søgubrot og fólk”, 2. bind, 2009.

Hostrup, J. C.: ”Hjá dalabóndum”, 1890. R.C. Effersøe týddi eftir ”En nat mellem fjeldene”, 1850.

Hostrup, J. C.: ”Intrigerne. Sangspil i 1 Akt.” 1846.

Isaksen, Kristin Holm: ”Ófriðaligar tíðir”, 1908, (í bók í 1923).

Jansen, K.: ”Store Bededagsaften. Sang-Farce i 1 Akt”, 1864.

Jacobsen, Kristjan: ”Neyðarárið 1808”, Smáskriftir Varðans nr. 4, 1915.

Jacobsen, Óli: ”Petur Alberg – Maðurin, sum gav okkum lagið til tjóðsangin”, Forlagið Tjørnustova 2010.

Jespersen, Kári, Nolsøe, Jens Pauli: Havnar søga II, Tórshavnar kommuna 2004.

Lund, Claus: Dagbók 1808.

”Løg til Songbók Føroya fólks.” Lagt til rættis hevur Zacharias Sørensen. Nótar 2003.

Matras, Christian: Nøkur mentafólk, Bókagarður 1973.

Nólsoyar Páll: “Fuglakvæði”, 1806-07.

Nólsoyar Páll: “Gorplandskvæði”, 1808.

Nólsoyar Páll: “Greivin av Orient”, 1802.

Patursson, Jóannes: “Tættir úr Kirkjubøar søgu – endurminningar”, Varðin, 1966.

Patursson, Jóannes: “Yrkingar”, Mentunargrunnur studentafelagsins, 1966.

Studentablaðið september 1917.

Tingakrossur 15. januar 1908.

Tingakrossur 8. juli 1908.

Tingakrossur 5. august 1908.

Tingakrossur 12. august 1908.

Tingakrossur 03. november 1909.

Tingakrossur nr. 31-43, 1923.

 

To top

Summary

Originally written by Chr.Holm Isaksen in 1908 to pay tribute to the memory of the famous Faroese reformer and poet Poul Nolsøe, who had died a hundred years earlier, the play “Ófriðarligar tíðir” (“Troubled Times”) consists of three parts describing a tumultuous day in Tórshavn in june 1808.

It was an unsettled period when corsairs not infrequently paid a visit, scaring the inhabitants of the islands, and making them flee for their lives out of the villages and up into the mountains.

The Danish authorities, the commandant Løbner and the andministrative police officer in the Faroe Islands Hammershaimb, had recently cut a poor figure in their dealings with the foreign enemy, giving up the redoubt in Tórshavn without any resistance.

So when another dubious ship arrives people are scared. The play ridicules the way in which the naive authorities are taken in by the captain of the ship, only gradually realizing their mistake. When they find themselves in a tight corner, in comes Poul Nolsøe to sort out matters. However, the authorities are not grateful to him, they don’t much care for this Faroese rebel who has written a satirical ballad making fun of them; but the common people, the Faroe islanders, rally round him.

 

To top