Skip to main content

Páll fangi

Páll fangi

Louis Zacharaiasen

Sjónleikur í fýra pørtum, 1926

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

 

Tey leikandi

Jóanis Heindriksson, bóndi á Sunnanágarði í Mikladali.

Malan, konusystir hansara.

Páll, sonur hansara.

Sigga Torbergsdóttir, arbeiðskona á garðinum.

Elsuba Klæmintsdóttir, gandakelling.

Tormaður, mikladalsmaður.

Rasmus Magnusson, bóndi í Haraldssundi.

Sunnuva, kona hansara.

Haraldur

Bartal

Hilda, arbeiðskona.

Birita, gomul uppgávugenta.

Balsar Jákupsson, løgmaður.

Niels Jákupsson, sorinskrivari.

Jóhan Heidemand, fúti.

Hanus, bóndi í Gerðum, løgrættumaður.

Pætur, bóndi í Vági, løgrættumaður.

Tíggju aðrir løgrættumenn.

Tveir soldátar.

To top

Fyrsti Partur

Í roykstovuni á Sunnanágarði í Mikladali fimtanda kvøld jóla í 1656. Grúgva beint fyri, bríkir báðumegin grúgvuna og frammanfyri ein stabbi. Uttast vinstrumegin innhurðin, bonkur innar frá, spunalag stendur uppi. Høgrumegin í horninum beint fyri hurð innar í glasstovuna, bonkur uttar frá. Seingir út undir á báðum síðum. Eldurin gløðir á grúgvuni; kola brennur undir bitanum. Bóndin Jóanis Heindriksson og konusystir hansara, Malan, sita hvørt sínu megin grúgvuna.

Malan.
Í kvøld verður leikur og skemtan norðuri á garði! Hin gamli bóndin hevur boðið øllum ungdóminum í bygdini saman.

Jóanis.
Páll fer væl við.

Malan.
Eg fekk honum ull at nappa, men hann bar seg undan. Nú man hann vera farin kortini.

Jóanis.
Tað verður mær eitt hart hoyggj at draga at skapa fólk burtur úr hasum avinnudýrinum; hann hevur ongantíð verið sum hini fólkini.

Malan.
Ja, løgin hevur hann altíð verið; sum smádrongur kundi hann ganga einsamallur heilar dagarnar og reika burtur í haga.

Jóanis.
Minnist tú ikki, tá ið hann segði okkum frá huldugentuni, sum hann spældi saman við úti í haganum? Tað var sama árið, sum móðir hansara sála, systir tín, doyði. Hann var tá bert tíggju ára gamal.

Malan.
Eg minnist - jú, víst minnist eg. Eitt kvøldið segði hann fyri mær, at hann vildi giftast við henni, tí hon skuldi vera vakrari enn nøkur genta í bygdini.

Jóanis.
Mær rennur tíðum til hugs, at hann kann ikki vera av hesum fólkaslagnum; heldur man hann vera eitt býtisbarn.

Malan.
Tað havi eg eisini hugsað um. Eg minnist, at systir mín sála segði, at eina ferð hon í hugsunarloysi var farin út frá dreinginum, sum lá í vøggu ódoyptur, var hann heilt avskapaður í andlitinum, tá hon kom inn aftur.

Jóanis.
Ja, og nú er hann so gamal, men hann er og verður sær sjálvum líkur; peningsverk fæst hann ikki at gera.

Malan (reisist).
Eg ætlaði mær við til kvøldsetuna; nú er best at fara. Eg verði aftur áðrenn nátturðatíð. (Hon tekur stokkar og tógv og fer).

Jóanis (reisist, stendur eina løtu og hugsar).
Nei, nú má eg gera álvara av tí - (hugsar aftur).

Páll (støkkur út úr glasstovuni).
Ja, nú vilt tú gera álvara av tí: tú vilt lata yngra son tín, Magnus, festa Sunnanágarð eftir teg. (Hóttir við nevanum.) Nei, gamli mín! Eg selji ikki elstasonarrætt mín fyri eina búrmáltíð! Og tað tori eg at siga, at onkur skal liggja eftir, áðrenn eg verði rikin út av Sunnanágarði.

Jóanis (bilsin).
Skuldi tú ikki fara til kvøldsetu norður á garðin fimtanda kvøldið jóla? Hvat vilt tú tá her í kvøld? Ert tú farin innar í glasstovuna at ræna faðir tín?

Páll (stórbærliga).
Jóanis bóndi á Sunnanágarði læt gera bakdyr á hús síni fyri teir høgu harrarnar at ganga um, tá ið teir komu til garðs. Her kemur hann, sum er borin til festið, arvaprinsurin á garðinum, Páll Jóanisson. Hann gongur sjálvsagt um bakdyrnar, tí hann vil vera mettur javnt við teir hægstu her í húsunum.

Jóanis.
Tú hevur verið ein evnaligur drongur, stórur og sterkur, men tú hevur ikki nýtt evni tíni á rættan hátt. Garðurin hevði ligið í órøkt fyri tína skuld. Meðan aðrir menn røkja garðar sínar, strýkur tú um landið og gistir hjá hvørjum gandakalli í oyggjunum. Steffan úti á Bø í Svínoy, Rasmus í Haraldssundi, Skáladrongurin á Eiði - tílíkum nemur tú kunnleika av, og tú verður hareftir vorðin!

Páll (háðandi).
Ólíka stórmansligt hevði tað verið, um Páll hevði vitjað Gerðaharrarnar og teir stóru í oyggjunum. Tá ið Hanus í Gerðum kemur til Mikladals, verður hann boðin inn um bakdyrnar á Sunnanágarði; men Rasmus í Haraldssundi varð ikki boðin inn á gólvið, tá ið hann var her í heyst, hevði eg ikki tikið mær um reiggj. (Hann gongur at faðirinum og sigur við skelvandi rødd). Ja, tygum kunnu vera vísur í, at eg skal ganda teir allar samlar svartar, teir stóru, har suðuri sita, og halaklepparnar hjá teimum her í Norðuroyggjum, um teir vága at ræna frá mær tann rætt, sum eg fekk í móður lívi.

Jóanis (fer yvir at innhurðini).
Eg havi altíð hoyrt gitið, at ein bóndasonur her á garðinum fekk sær kópagentu til konu. Tað er ikki kópablóð, sum kókar tær í æðrum; líkari tykist mær, at tú vart av hulduslagi, sum tú leikar í.

Glasstovuhurðin fer upp, og Sigga Torbergsdóttir kemur inn; hon verður standandi við hurðina. Jóanis, ið hevur borið eyga við hana, letur innhurðina upp og fer út.

Páll (reikar aftur og fram eftir gólvinum, rættir fram hondina yvir mót innhurðini).

Tú fert væl norður á Nes í kvøld at vitja Magnus og siga við hann, at hann skal koma til Mikladals at búgva, tí nú ætlar tú at lata hann festa Sunnanágarð; men teir gráu vilja væl tala at norður um Djúpadal í nátt.

(Sigga kemur spakuliga fram frá hurðini; hann fær eyga á hana og slær armarnar út.)

Vælkomin, Sigga Torbergsdóttir! Tú komst í góðum tíma. Hasin gamli gekkaskorturin (peikar at innhurðini) hevur øst meg so upp í kvøld. Eg toli ikki at síggja hann fyri mær longur. Nú ætlar hann at gera meg arvaleysan. Og um tað so var lívið, so hevði hann tikið tað frá mær við, men mótið bilar honum. (Hann steðgar og sissast). Enn hevur Páll vinir her á landi, sum evna nakað, og tað skal hann fáa at síggja, at væl skal eg vita at verja um rætt mín. 

Sigga (trívur um skøvningar hansara og lítur honum upp í eyguni).
Páll! Tú mást einki ilt gera um teg!

Eitt fjart bros fer um andlit Páls; hon sleppir hondum hansara. Hann
leggur tær spakuliga á akslar hennara og lítur at henni.

Páll (sáttliga).
Ilt? Nei, eg segði bert við hin gamla, at eg skuldi ganda teir allar svartar, um teir vágaðu at ræna frá mær tann rætt, sum eg fekk í móður lívi.

Sigga (slær eyguni niður, letur høgra fót glíða aftur og fram eftir gólvinum).
Eigur barn, sum býr undir móður belti, men sum ikki er gitið í hjúnalag, nøkur rættindi eftir faðir sín, tá ið annars eingin er at arva?

Pall (sleppir henni, hugsar).
Ja, eg minnist ikki, hvat ið stendur í løgbókini, men so mikið veit eg, at tá ið barnafaðirin giftir seg við gentuni, nýtur barnið fullan arvarætt. (Leggur lógvar sínar upp undir vangar hennara.) Eg skilji fullvæl, hvat tú sipar til. Tú hevur mølmað um tað eina ferð áður.

Sigga (fellur inn at honum við ørmunum um háls hansara).
Páll!

Hann tekur hana við sær, og tey setast bæði á bríkina.

Sigga (við aftur raknað).
Tað er væl ikki bert rættur tíns sjálvs til at njóta breyðið á Sunnanágarði, ið tú vilt verja, men tann rættur, sum tú eigur gjøgnum forfedrar tínar og eftirkomarar tínir eiga gjøgnum teg.

Páll (sleppir henni eitt sindur firtin).
Ja, ja! Rættur - rættur, ognarrættur, arvarættur! Tað ljóðar fyri mær, sum sótu vit her við løgbókini og avgjørdu viðurskifti okkara millum. Tú kundi líka so væl sagt: - og tann rættur, sum eg, Sigga Torbergsdóttir, eigi av tær - ja, tú skilir væl, hvat eg meini.

Hon blundar og hellir høvdið at honum; hann blotnar og fer at kína henni um vangan.

Sigga (hevjar aftur høvdið).
Nei. Páll! eg krevji ongan rætt av tær. Minnist tú, hvat tú lovaði, tá ið vit í fjørsummar sótu saman í líðini? Tú svórst, at tú vildi giftast við mær, um so sjálvur hin hálshvíti noktaði at brúðarvíga okkum, at tú nú vildi gera mansverk, arbeiða garðin við ídni, so hin gamli kundi fáa gleði av tær. Tú vildi gera alt fyri mína skuld, eg kravdi einki av tær. Men nú! (Lítur honum beint í eyguni.) Páll! tú ert ikki góður við meg longur.

Hon fer at koluni og skarar hana, haðani til spunalagið, smoyggir snældu av stránum og førkar alt inn undir rokkin. Páll hyggur gjølla at henni.

Páll (bønliga).
Kom nú higar til mín, so skal eg siga tær nakað!

Sigga (rørd).
Tú hevur longu sagt mær so nógv, at eg veit ikki, hvørjum eg skal trúgva.

Páll (veittrar til hennar við hondini).
Ja, ja! Eg havi sagt tær nógv, men eg havi ikki sagt tær alt. (Bønar.) Kom nú higar til mín, so vil eg siga tær alt!

Sigga fer sum bergtikin innar at honum; hann tekur í hond hennar og setur hana á fangið.

Páll (droymandi).
Hygg! her situr tú væl. Nú ert tú bóndakona á Sunnanágarði, og Páll er bóndi. Tú ert í reyðum stakki, og silvur glitrar á hvørjum seymi. Har standa tey øll somul og níga fyri tær, húskallar og arbeiðskonur, tí nú kemur drotningin til garðs. Borgin er skrýdd í skart og í skreyt, og ljósið lýsir úr hvørjum glugga. Í átjan ár sat kongsdóttirin bergtikin í álvaheimi, til kongssonurin kom, tók hana út úr heyginum og førdi hana heim í borgina. Men hin gamli kongurin, ið vildi gera son sín arvaleysan, verður nú avsettur, og sonurin gerst kongur eftir hann. Hann giftist við kongsdóttrini, og tí er nú stór veitsla hildin á garði. Hin ungi kongurin og drotning hansara verða væl fagnað av øllum fólki í ríkinum. (Hann kyssir hana.)

Sigga (snarar seg leysa).
Slepp mær! Eg haldi meg vera ov gamla til at sita her á knøum tínum og lurta eftir ævintýrum.

Páll.
Eg fekk ikki sagt tað, sum eg vildi siga, tí tú rýmdi.

Sigga (speiliga).
Tú ætlaði at siga meira, fleiri ævintýr. Nú havi eg hoyrt tey so ofta, at eg dugi tey øll uttanat. Eg lurti ikki eftir tær longur, uttan tú tekur tær um reiggj og vilt lúka tíni egnu lyfti. (Bjóðandi). Tú mást arbeiða garðin, tí annars tekur hin gamli hann frá tær; tað veitst tú væl.

Páll.
Ja, eg veit tað væl, og eg veit tað betur enn tú. Men eg havi lært so mikið á ferðum mínum, at eg kann verja meg móti hvørjum álopi og lata øvundarmenn mínar fáa sviðan at kenna.

Sigga.
Lovar tú ilt?

Páll.
Ja, so satt sum eg eri borin til festið á Sunnanágarði, so satt lovi eg hevnd yvir hvønn mann, sum vil taka míni rættindi frá mær! Veitst tú ikki, at eg dugi gand?

Sigga (hvøkkur við).
Tú ætlar tá ikki at ganda meg?

Páll.
Nei, teg tími eg ikki at fáast við, tú gert einki um teg kortini.

Sigga.
Tað gav at bíta, tá ið tú fekst meg norður á Nes á sinni við einum træspreki umvavt við pappíri, sum tú baðst meg leggja inn hjá Mikkjali Guttasyni. Har spurdist ilt burturúr; hevur tú nakað eftir av tí slagnum?

Óljóð í durunum; hurðin gongur, og inn kemur gandakellingin Elsuba Klæmintsdóttir við prukku í høgru hond og posa í vinstru.

Elsuba.
Skamm fái tað so gartar í í kvøld! Her er illa gangandi í túninum fyri øllum tramansskapi.

Páll (fer móti henni).
Eg hevði hálvavegna væntað teg í kvøld. Tað var væl, at tú komst. Nú sleppa vit brátt at royna, hvat vit duga.

Elsuba ger tekin í gólvið við prukkuni, kveitir frá Páli yvir á Siggu.

Páll (við Siggu).
Far inn á gólvið hjá Tormanni og vita, um hin gamli er har í kvøld. Tú kanst so siga mær, hvat teir bryggja saman.

Sigga smoyggir sær út; Elsuba setist á bríkina vinstrumegin grúgvuna; Páll eftir stabbanum, setir fyri hana; hon leggur posan á gólvið, setir prukkuna frá sær; hann setist á bonkin vinstrumegin.

Elsuba (loysir kjaftbandið av).
Her skalt tú síggja! (Dregur fram eitt band.) Hetta dugir tú ikki at handfara enn.

Páll (tekur bandið).
Jú, knútin dugi eg at knýta, men at lesa yvir honum vildi beistið ongantíð læra meg.

Esluba.
Ja, væl skal vera lisið, fyri at knúturin skal virka. Tað segði Skáladrongurin sjálvur, tá ið hann lærdi meg kunstin.

Hann knýtir knútin: tvær lykkjur á hvørjum enda, og bandið samanbundið.

Páll.
So, nú havi eg knýtt knútin; nú kanst tú lesa yvir honum. (Rættir henni hann.)

Elsuba.
Bíða, bíða! Steðga mær eitt sindur! Eg kann gera tað, tá ið tú fert at nýta hann.

Hon leggur knútin á stabban og tekur fram eitt træsprek við einum pappírslepa.

Elsuba.
Hesum veitst tú betri skil á?

Páll (smílkast).
Ja, eg havi sjálvur rist rúnirnar. Rúnarkunstin lærdi eg av Sørini hjá keypmanninum - eg gav honum tvinni hosupør afturfyri. - Dánial í Øravík hevur eisini lagt mær lag á.

Elsuba (við einum pappíri).
Og her er gandaseðilin, tú fekst mær frá Steffani úti á Bø.

Páll.
Á! eg havi nógvar av hasum slagnum.

Elsuba (við einum lítlum posa).
Men her er gandaposin við nøkrum urtum, sum goyma stóra megi í sær. Hetta veitst tú lítið um.

Páll.
Íðan, so kanst tú eisini sleppa at royna teg.

Buldur í glasstovuni; Páll reisist; tey lurta.

Elsuba.
So, so! Nú eru teir eisini farnir at láta at innari í stovuni.

Páll (dreivar um gólvið).
Nú er væl fyrireikað, og munur verður í, tá ið til skal takast.

Innhurðin gongur, og Elsuba skundar sær at stappa alt niður í aftur posan.

Malan (kemur inn).
Elsuba? Eru tygum her í kvøld? - Páll! hví vart tú ikki til kvøldsetu norðuri á garðinum í kvøld, har øll tey ungu vóru saman komin?

Páll.
Øll? Íðan, var Sigga við?

 

Malan.
Nei, hon er vorðin so trylsk hesar síðstu vikurnar, hon fæst ongar vegir longur. Er hon ikki her í kvøld?

Páll.
Jú, hon fór út eini lítil ørindi.

Malan (leggur aftur at eldinum, tekur pottin undan beinkinum).
Páll! far mær út í ánna eftir vatni til nátturðaløgin.

Páll tekur keraldið og fer.

Elsuba (reisist).
Her er ikki at sita; eg ætlaði mær bert at støkka inn á gólvið. (Tekur posan og prukkuna og fer.) Góða nátt! Og friður í húsi!

Malan (tá Elsuba er farin).
Har verður lítil húsfriður, sum tú ert dagligur gestur! So hevur hatta gingið nú í langa tíð og malið her í húsunum, og eingin kann siga nakað við hana, so lovar hon ilt av sær. Ikki er so gott við at gera.

Sigga kemur spakuliga inn, setir seg á bríkina við grúgvuna.

Malan (við Siggu).
Hvar hevur tú verið í kvøld? Páll segði, tú fórt út eini ørindi.

Sigga (spakmælt).
Eg var inn á gólvið hjá Tormanni.

Malan.
Var Jóanis har í kvøld?

Sigga.
Ja.

Malan.
Hvat prátaðu teir báðir um?

Sigga (leggur albogarnar fram á knøini og hendurnar fyri eygum).
Eg veit ikki.

Malan (hyggur at henni).
Veitst tú ikki? Hvat baggar tær? Hava teir sagt nakað við teg? Sig mær tað so!

Sigga (narrar eyguni).
Teir bóðu meg koma innar í glasstovuna og noyddu meg til at siga sær alt um Páll og meg.

Malan.
Íðan so! Og Sunnanágarð - nevndu teir nakað um hann?

Sigga svarar ikki, men situr við sama lag.

Páll (kemur inn, tveitir keraldið frá sær).
Her hava tygum vatnið!

Malan heingir nátturðapottin uppyvir; Sigga kveitir av og á upp undan; Páll setist uttarlaga á beinkinum høgrumegin; ljóð í durunum; Jóanis og Tormaður koma inn.

Tormaður.
Nú meini eg, Malan er farin at hugsa um nátturðan.

Malan.
Nú fer eisini at seinka so væl, at ikki er langt til niðurfaringartíð.

Jóanis (við Malunu).
Hevur tú ikki biðið Páll knívfilað roðið av jólaærini, sum eg rotaði í gjárkvøldið?

Malan.
Jú, eg segði tað longu við hann í morgun, men hann hevur ikki fingið í lag at gera tað enn. (Kveitir at Pálli.) Gamla Elsuba hevur verið inni her í kvøld.

Jóanis.
Eg hoyri tað.

Tormaður.
Hatta gamla trøllið, ið rennur um bygdina og ræðir fólk! Hatta skuldi verið omankastað!

Páll hevur reist seg upp, vendir bakið til teirra. Sigga hellir seg fram yvir grúgvuna og lætst at gera nakað við hondunum.

Jóanis (sáttliga til Páls).
Tú hevur ikki verið norðuri á garðinum í kvøld?

Páll (stendur við sama lag).
Nei!

Jóanis.
Var tað ikki avgerðin, at tú skuldi fara norður og hava ull við tær at nappa?

Páll (melur á).
Eg veit einki um nakra avgerð. Tygum hava kanska havt einahvørja avgerð við Tormann í kvøld; tað er væl hon, sum melur í høvdinum á tygum.

Jóanis (skjýtur akslar).
Tað er svarið, eg fái!

Tormaður.
Faðir tín og eg eru ikki vanir at taka avgerðir okkara millum í loyndum; vit hava kenst frá tí, vit vóru smádreingir, og vit hava altíð kunnað talað saman um øll viðurskifti.

Páll (háðandi).
Ja, men eina best um innanhýsisviðurskiftini á Sunnanágarði; har er nakað fyri teg at válka tær í. (Hóttir Tormann.) Tú skalt lata vera við at birta ilt upp undir her. Vara teg, hvat tú gert!

Jóanis (fer móti Pálli).
Nei, Páll! her hevur tú við meg at gera! - Nú vil eg, at tú giftist við Siggu Torbergsdóttur, og seinni ætli eg so at lata teg festa garðin eftir meg, um tú kanst vísa, at mansevni er í tær. Væl veit eg, at tit eru skyld í triðja lið, men eg kenni prest okkara so mikið væl, at eg lættliga kann fáa hann til at víga tykkum saman. - Nú kennir tú treytir mínar!

Páll.
Ja, eg hugsaði so! Hetta hava tit nú sitið og bryggjað saman inni hjá Tormanni í kvøld.

Jóanis.
Hvat sigur tú so?

Páll.
Eg sigi tað, at Tormaður skal ikki raka í innanhýsisviðurskiftunum á Sunnanágarði; hann hevur einki her at gera, hann skal út!

Tormaður.
Tað vil eg fegin, um tit so kunnu koma til sættis. (Hann nærkast hurðini.) Góða nátt! (Fer.)

Jóanis (vendir sær á).
Góða nátt! (Til Páls.) Ikki er tað fólkaligur atburður, tú vísir hampafólki! Tað, sum eg geri, geri eg av mínum eintingum. (Fer nærri at honum, steðgar.) Vilt tú so giftast við Siggu? Eg spyrji teg í rama álvara.

Páll.
Spyrja tygum, um eg vil? Tygum hava givið mær tvinni kor at velja ímillum: annaðhvørt skal eg giftast við Siggu ella missa festið á Sunnanágarði. (Slær út við hondini.) Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur. Garðin vil eg sjálvsagt hava, tí eg eri borin til hansara, men eg vil eisini hava loyvi til sjálvur at velja mær konu.

Jóanis (við Siggu).
Kom higar! (Hon kemur. - Við Páll.) Gev nú Siggu hond tína uppá, at tú vilt giftast við henni.

Páll (leggur hendurnar aftur um bak).
Havi eg ikki sagt tygum, at eg ætli sjálvur at velja mær konu?

Jóanis.
So er væl nakað í tí, sum sagt er, at tá ið tú lást í Fuglafirði um jólini, so mundi har vera okkurt, ið dró?

Páll.
Tað kemur ongum nakað við!

Jóanis.
Tað kemur mær nakað við, og Sigga man óivað eisini hava eitt orð við at siga her.

Páll (treiskur).
Eg ætli mær nú at ráða mær sjálvur í hesum viðurskiftum.

Jóanis.
So skalt tú svara mær, sum eg spyrji: vilt tú giftast við Siggu Torbergsdóttur?

Páll (øsist upp).
Eg vil ikki giftast við eini arbeiðskonu av Sunnanágarði!

Sigga (í ørskapi fram ímóti honum).
Og tú torir at háða meg á henda hátt! Hetta skal verða tær aftur lønt! Eg hati teg!

 

 

To top

Annar partur

Í glasstovuni hjá Rasmusi bónda Magnussyni í Haraldssundi. Aftast beint fyri gluggar við smáum rútum, hvarígjøgnum sæst út yvir Haraldssund og yvir á Borðoynna hinumegin. Úti við gluggarnar borð; báðumegin borðið stólar við listum skornir. Vinstrumegin ovnur (bíleggarovnur). Aftan fyri ovnin á somu síðu hurð. Yvir gluggunum undir bjálkunum móti høgra bróstinum hill. - Á degi hin 16. mars 1656.

SUNNUVA (kemur inn við flatkøkum og leggur á borðið, hyggur at teimum).
Ájú! Væl eru tær bakaðar. Hetta kann leggjast fyri hvønn mann. (Fer, men møtir Rasmusi, áðrenn hon kemur at hurðini.)

Rasmus (við einum stórum tjógvi, eini síðu og einum fótamøri.)
Legg tú hetta á borðið, so skal eg bjóða honum innar í stovuna. (Fer.)

Sunnuva (leggur kjøtið frá sær, hyggur).
Eingin er knívurin á borðinum. (Rættir seg upp á hillina, fær fatur á einar slíðrar, tekur knívin og leggur á borðið.)

Rasmus (stígur inn um gáttina og snarar sær á).
Ver so góður og kom innar í stovuna!

Páll (innkomin).
Hetta hevur verið mær ein tung og tvørlig tíð.

Rasmus.
Ja, tað er vituligt. - Ger so væl at seta teg fram at borðinum!

Páll.
Tøkk! (Sessast høgrumegin borðið.)

Rasmus.
Kjøtið í Haraldssundi kann ikki metast við tað heiman av fjalli í Mikladali.

Páll (trívur eftir síðuni).
Tøkk! Hetta er ikki eiti av kjøti, ivaleyst líka kjøtgott sum úr Mikladalslíð. - Hvussu veit seyðinum hjá tær við í ár?

Sunnuva setist á kistuna.

Rasmus (dreivar um gólvið).
Enn veit honum rættiliga væl við. Hagin er fullfíggjaður, og kemur ikki stórkavi aftur, vænti eg allan áseyðin verða lambsføran.

Páll.
Áringarnir eru so ymiskir; ofta legst stórur kavi eftir grækarismessu.

Rasmus.
Í ár kom kavin so tíðliga, vit høvdu stóran kava á jólum; várið man tí fara at vera tátt í ár.

Sunnuva reisist og fer.

Páll.
Hevur tú hoyrt, at eitt hálendskt skip hevur verið inni á Vestmanna?

Rasmus.
Eitt loynikeypskip?

Páll.
Ja.

Rasmus.
Teir eru tíðliga á veg í ár. Hvat høvdu teir at bjóða?

Páll.
Teir høvdu nøgd av kostiligum vørum úr Indialandi, og so høvdu teir bjór og aðrar góðar drykkjuvørur at selja.

Rasmus.
Og har veit eg varð keypt?

Páll.
Hópurin.

Rasmus.
Tað loysir seg ikki at dylja yvir tí: her keypir hvør maður, sum kann koma framat.

Páll (leggur frá sær).
Ja, hvør maður! eisini teir, sum við handilin sita; tað havi eg hoyrt av teimum sjálvum.

Rasmus.
Legg ikki frá tær!

Páll.
Tøkk! Eg havi gjørt mær til góðar.

Rasmus.
Ja, keypmenninir eru ikki teir bestu. - Nú skalt tú smakka nakað, sum eg keypti frá einum hálendingi í fjørheyst. (Hann fer yvir at kistuni og lættir lokið á).

Birita (stingur seg innar í stovuna, gløir bilsin við).
Há? - Á, Jesus náði meg, bóndin! Tygum mugu halda mær til góðar! Haraldur segði - hann segði - (svølgir).

Rasmus (leggur lokið á aftur og vendir sær við).
Hvat segði Haraldur? Hví kemur tú bóltandi innar í stovuna sum eitt, ið ørt er?

Birita.
Ja - men - Haraldur segði, at - at bóndin var ikki innari í stovuni.

Rasmus.
So, tað segði hann. Hvat segði hann so meira?

Birita.
Hann segði, at bóndin hevði tikið ein huldumann norðuri í Dølum, sum hann hevði gandað fastan við borðið innari í stovuni.

Rasmus (smílkast).
Og hvat so?

Birita.
Har skuldi hann sita eitt heilt samdøgur og vera til skjals fyri øllum húsfólkinum.

Rasmus.
Og nú tú vildi kaga innar um gáttina, vart tú ovfarin, tá tú sást, hvør ið sat í stólinum. Heilsa Haraldi frá bóndanum og sig, at hann skal lata vera við at smíða søgur um huldumenn!

Birita fer. Ein fjarur látur hoyrist úr roykstovuni.

Rasmus.
Hatta ólukkudýrið! So gongur hann og lýgur hana fulla við einari søgu fyri og aðrari eftir, og hon trýr øllum, hann sigur. Ein dagin hevði hann sagt fyri henni, at nú vóru kolurnar avlagdar norðuri á Skarði, tí nú høvdu tey mánan at lýsa fyri sær í roykstovuni. Eitt kvøldið mánin setti niður á fjallið, høvdu skarðsmenn verið eftir honum og tikið hann. Eina viku seinni var Birita ógvuliga bilsin yvir at síggja mánan rísa upp yvir Borðoynna. Hann fekk hana tá at trúgva, at teir bert høvdu verið á fjalli eftir honum við roðbuksum at fanga hann í, men at teir ikki fingu fatur á honum.

Páll (flennir).
Hann má vera ein løgin prásur, hasin Haraldur!

Rasmus.
Tey eru bæði løgin, men hvørt á sín hátt; hon, olmussudýrið, hevur so lítið.

Páll (smílkast).
Ja, hon kundi sæð út til at kunna fanga mánan við roðbuksum!

Rasmus (fer aftur at kistuni).
Kom! nú skalt tú smakka! (Lættir lokið á aftur og tekur eina krukku og eitt silvursteyp uppúr). Hetta er bjórið, ið dugir! Besta hálendska slagið!

Páll.
Tú ert fornur, Rasmus.

Rasmus.
Tað er so tiltøkt altíð at hava nakað liggjandi. (Hann skeinkir). Ger so væl!

Páll.
Skál! (Drekkur.)

Rasmus.
Skál!

Páll.
Manga tøkk!

Rasmus.
Væl gagnist!

Páll (lítur at steypinum).
Hetta er eitt frálíka vakurt steyp. (Setur tað á borðið). Hevur tú eisini keypt steypið frá hálendingum?

Rasmus (setur krukkuna á borðið).
Nei! Steypið havi eg fingið eftir faðir mín sála, Magnus Heinason. Hann fekk tað fyri trúgva hertænastu, tá ið hann fór úr Hálandi, frá sjálvum Vilhjálmi av Oranju.

Páll.
Tað var ikki eiti av gávu! Reinasta silvur!

Rasmus.
Ja, hann var ikki smátøkin, hann Vilhjálmur. Tað var annar maður enn teir, sum sita við ræðið her á landi.

Páll.
Tala mær ikki um hetta sáðið! Teir hugsa ikki um annað enn at skava inn undir seg sjálvar.

Rasmus.
Ja, teir, sum ikki gera teimum eftir vild, verða ikki væl viðfarnir.

Páll.
Eg havi roynt tað, Rasmus. Teir hava leingi verið eftir mær, men nú leggja teir út fyri álvara.

Rasmus.
Ætlar tú tær á várting í morgin?

Páll.
Um eg ætli mær? Eg eri stevndur at møta. Sigga brigslar mær faðirmorð. Eg vil ikki lata slíkt brigsl sita á mær. Møti eg ikki, verði eg dømdur á staðnum.

Rasmus (setist í stólin vinstrumegin borðið).
Tað skilji eg væl; men hvør skal so vitna við tær?

Páll.
Eg vil sjálvur avleggja vitnisburð um, at eg eri sakleysur í hesum máli.

Rasmus.
Tað er ikki nóg mikið. Sjálvt um tú ert sakleysur, verður tú dømđur, tá ið vitnini ganga tær ímóti. Tú mást fáa onkun av tínum bygdarmonnum at vitna við tær.

Páll.
Eg kann ongan fáa; teir hata meg, og teir ræðast meg. Nú vilja teir hava meg burtur úr bygdini.

Rasmus.
Hvat hevur tú tá gjørt teimum?

Páll.
Teir trúgva, at hvør ólukka, sum rámar bygdina, kemst av tí, at eg havi gandað teir.

Rasmus.
Hví reypar tú altíð av tínum gandi? Nú sært tú, hvat úrslitið er. Tað ræður um ikki at ræða fólk ovmikið, tí tey bíta frá sær í vitloysi.

Páll.
Tað er Sigga, sum er atvoldin í øllum. Hon hevur loypt út í orð, at eg skal hava lovað hevnd yvir faðir mín, tí hann ikki vildi lata meg festa Sunnanágarð. Enntá Malan móðursystir hevur ikki kunnað torgað meg, síðan hetta spurdist.

Rasmus.
Sig mær nú satt, Páll, fyri vinskapar sakir! Kennir tú teg heilt sakleysan í hesum máli?

Páll (slær nevan í borðið).
Tað vitni eg fyri Gudi og monnum, at eg ikki havi dripið faðir mín ella á nakran hátt volt deyða hansara. (Harmur.) Síðst mundi eg, Rasmus, vara illgruna av tær!

Rasmus.
Eg havi ongan illgruna til tín; eg vildi bert hoyra teg sjálvan siga, at tú ert sakleysur. So kanst tú á tingi í morgin vitna við góðari samvitsku, men minst til, at tú mást hava onkun av mikladalsmonnum at vitna við tær.

Páll.
Ja, tað noyðist eg væl at royna; men eg haldi meg longu hava roynt so mikið, at allur riðilin hongur saman líka úr Kallinum og suður í Sunnbiarstein, og hann slitnar ikki á einum tingdegi.

Rasmus.
Riðilin av hvørjum?

Páll.
Riðilin av teim stóru í oyggjunum! Sýslumenn, løgrættumenn, - ja enntá løgmaður sjálvur og tingskrivarin geva seg í hóslag við útlendskar fútar og aðrar búrkroppar, bert fyri sjálvir at fáa sær vinning. Ja, soleiðis er standurin, men eingin torir at siga tað!

Rasmus.
Tú hevur grein í tínum máli, Páll! Tað er týðiligt fyri Gudi og hvørjum manni, at soleiðis er, men vit mega vísa á ranggerðir teirra og prógva, at tær eru, áðrenn vit rópa tær út í mannfjøld. Annars er vegurin vísur í myrkustovu og alt spælið spilt.

Páll.
Eg brýggi meg traman um myrkustovu og vegin hagar! Vegin út aftur eri eg sjálvur førur fyri at finna.

Rasmus.
Eg hugsi, vegurin út aftur ikki er so greiður, sum tú heldur!

Páll.
Greiður ella ógreiður - eg vil ikki dvína nú og biðja um náði og grið. Meðan faðir mín livdi, hildu teir saman við honum og vildu taka arv mín frá mær; nú hann er deyður, vilja teir døma meg fyri faðirmorð. Eg síggi longu, at hetta verður úrslitið. Teir kunnu nú vænta sær góða hjálp av Siggu og øðrum mikladalsfólki.

Rasmus.
Royn enn eina ferð at fáa mikladalsmenn at vitna við tær!

Páll.
Tað er sjálvsagt ein roynd - men tó bert ein roynd.

Rasmus.
Eingin vón er brostin, fyrr enn síðsta roynd er gjørd. Far nú og tala hampiliga við teir, áðrenn tingið er sett í morgin.

Páll.
Ja, Rasmus, eg vil gera, sum tú biður, men fyri mær er hetta ein vónleys roynd. Í morgin eri eg sjálvur mítt einasta vitni á tingi.

Rasmus.
Eigur tú ikki skyldfólk í bygdini? Er Sigga ikki skyld við teg i triðja lið?

Páll.
Jú.

Rasmus (reisist, hyggur spyrjandi at Pálli). Eg havi hoyrt graml um, at tú eina ferð hevur ætlað tær at giftast við henni, men at tú gjørdi tað til einkis, og at tú ikki skalt vera komin rættiliga sakleysur frá hesum lyftibroti.

Páll (bilsin).
Hvør sigur tað?

Rasmus.
Eg havi hoyrt húsfólkini her á garðinum teska tað sínámillum.

Páll (hellir høvdið).
Ja, nakað er í tí, tú sigur. Eg kundi ikki giftast við henni, tí eg sá hvønn Guds skaptan dag týðiligari, hvussu hon gekk saman við mínar verstu fíggindar.

Rasmus.
Sigga skuldi verið títt besta vitni á tingi. Nú er hon vorðin tín versti fíggindi; tað skuldi tú ikki havt gjørt.

Páll (yppir akslar).
Gjørd gerð fær onga vend, - og tað fer at verða harvið.

Rasmus.
So er; tú ræður tær.

Páll.
Vildi tú kanska biðið fíggindar tínar um náði og fyrigeving, um tað var tú?

Rasmus.
Nei! Eg vildi heldur fótað mær, áðrenn eg kom so langt.

Páll.
Ja, tað kemur mær fyri; men nú er so statt hjá mær, at eg má royna at verja meg sum best. Eg vóni, at tú vilt veita mær tann stuðul, tú kanst.

Rasmus.
Tað vil eg; men tú mást lova at fara varliga við tí og látast sum einki. Eg havi fólk í húsunum, sum eru so slafsut, at teir stóru væl kunnu fáa frænir av, at eg vil styðja ólíkindi. Tá vilja vit báðir njóta somu lagnu, og mín stuðul verður eingin.

Páll (reisist, rættir hondina fram).
Mans lyfti!

Rasmus (tekur í hond. hansara).
Eg trúgvi tær, Páll.

To top

Triði partur

Í roykstovuni hjá Rasmusi bónda Magnussyni í Haraldssundi. Høgrumegin grúgva; bríkir við grúgvuna. Aftanfyri á somu síðu hurð innar í stovuna. Á vinstru síðu bonkur, aftanfyri á somu síðu innhurð. Aftast beint fyri bonkur; móti innhurðini song útundir; høgrumegin seingina stór lúka á bróstinum, sum kann skjótast niður innanífrá. Spunalag stendur uppi. Sunnuva heingir nátturðapottin uppyvir. Hilda sópar gólv. Birita situr og ruggar á einum stabba mitt á gólvinum. Haraldur situr uttast á beinkinum vinstrumegin og rakar eitt skinn. Triðja dag á sumri 1657.

Sunnuva (við Harald).
Hvussu er hatta vorðið? Hevur tú ikki fingið burtur av hasum skinninum enn?

Haraldur (togar ullina av við hondini).
Tað er ikki gott við at gera. Hetta átti at verið rotað og ikki rakað. Birita hevði flutt hetta skinnið út at rimunum á sunnaru síðu á hjallinum, so at tað varð bloytt av lágættarvætuni. Bóndin hevur havt at henni fyri tað, men hon hevst við.

Birita.
Tað lýgur tú!

Haraldur.
So? Sig nú, at eg ljúgvi! Nei, Birita! Hatta batar tær einki.

Sunnuva.
Royn at gera hatta liðugt, áðrenn tað fer at skýma. (Setist at tøta.)

Hilda (setir seg undir lið Haralds).
Kom! Lat meg hjálpa tær at fáa ullina av. (Togar í broddin.)

Haraldur (rakar).
Ansa eftir, at eg ikki skeri teg í fingrarnar!

Hilda.
Tí fert tú sjálvur at ansa eftir. Eg veit væl, at tú ikki vilt skera meg.

Haraldur.
Ert tú so vís í tí? Tað kundi kanska komið óvart, uttan at eg sjálvur visti av tí.

Hilda (gevst).
Tvætl í teg! Tú situr her og verður í ringum hýri yvir skinnið. Yrk nú heldur okkurt; so gongur alt betur frá hondini.

Haraldur (flennir við).
Ja, pílar og skot! Nú skal eg yrkja ein tátt um ta ferðina, tá ið tú vart úti og kastaði kráku á kyndilsmessu.

Hilda.
Nei, Haraldur! Tú mást ikki! Gert tú tað, so -. (Peikar at honum við fingrinum.) - Ja, eg sigi ikki meira. (Steðgar.) Yrk bert okkurt um skinnið, tú situr við.

Haraldur.
Ja, ja! Lat meg so royna. (Situr og hálvblundar.) Nú skalt tú hoyra (kvøður):

Tað kann ikki bíta
tað skinnið hvíta,
tí rot er í.
Mín neyðar drongur!
Tað ongan veg gongur.
Oh fý! oh fý!

Hilda (smílkast).
Hoyr, hvussu raðið tað liggur fyri tær! Nú kanst tú yrkja ein heilan tátt; hatta kann vera fyrsta ørindi.

Haraldur.
Tú vilt væl ikki krevja av mær, at eg skal sita her og yrkja tátt um eitt rotið skinn.

Hilda.
So kanst tú yrkja um okkurt annað. Tú hevur verið heima í Kunoy í dag og hitt kalsoyingar. Har hevur tú væl hoyrt okkurt um Páll fanga.

Haraldur.
Nei, Hilda! Mær dámar einki at yrkja tátt um Páll; eg lurti heldur ikki eftir slatri. Bartal veit nógv  fleiri søgur um hann enn eg; men tær eru ikki allar so álítandi.

Hilda.
Eg havi ongantíð fingið rættiliga at vita, hví Páll varð tikin og settur fastur. Hvussu bar tað til?

Haraldur.
Tað skal eg so væl siga tær. Har var ein arbeiðskona á Sunnanágarði á sama aldri sum tú; hon æt Sigga. Faðir hansara vildi hava, at hann skuldi giftast við gentuni, men Páll noktaði. Tá ið faðirin doyði í fjørvár, varð hon so óð, at hon klagaði Páll á vártingi fyri gand og faðirmorð. Hann varð tá tikin og settur í myrkustovu. Tríggjar ferðir breyt hann seg út, tók sær bát um firðirnar og kom norður aftur til Kalsoyar. Ein heilan vetur hevur hann nú livað einsamallur uppi í fjøllunum.

Hilda.
Eg visti væl, at graml gekk um, at hann skuldi hava dripið faðir sín, men eg trúði ikki, at Sigga hevði klagað hann.

Haraldur.
Jú, Hilda! Har sært tú. (Leggur hond sína á hendur hennar.) Kaldur er kvinnu tokki.

Hon koyrir hond hansara burtur. Bartal kemur blásandi inn og gníggjar hendurnar. Hann gongur at Biritu og slær hana á herðarnar. Hon hvøkkur við.

Bartal.
Nú henda gamla! Nú er lítil stirðil eftir í tær. Í dag er triði dagur á sumri. Heldur tú, at tú fert at orka at gera nakað við hoyggingina í ár? Tær hevur altíð dámað so væl at rutast í hoynum.

Haraldur.
Ájú! Hon er líka røsk enn. Tann tíð hevur eisini verið, tá ið Birita hevur hoyggjað allan Haraldssundsbø einsamøll. Tað var í teirri tíðini, tá ið hann sjálvur Jákup í Lon var húskallur her á garðinum. (Smílkast speiliga.) Tá var stuttligt at hoyggja, Birita? — há?

Birita.
Altíð skalt tú tvætla! - Tað var ein røsk genta, sum skuldi hoyggja eftir Jákup í Lon, tá hann stóð og sló allan dagin ígjøgnum. Tað veit eg.

Haraldur.
Ja, ja. Eg rósi tær eisini fyri, hvussu røsk tú vart í teirri tíðini. Tað vóru ikki allar gentur, ið høvdu gjørt tær tað eftir.

Hilda lær, reisist og setist aftur á bríkina við eldstaðin. Bartal melur á gólvinum við hondum í buksum.

Bartal.
Nú skal Páll vera rýmdur úr Nesskorum. Eg hitti strandarmenn í dag. Teir høvdu verið saman við mikladalsmonnum inni í Vági, og sum teir søgdu frá, so sæst týðiliga øska eftir hann í einum skorti inn undir eitt loft í skorunum.

Haraldur.
Sjálvsagt; hann veit, sum er, at har er ikki dygt at búgva longur.

Bartal.
Hann kundi latið verið við at borið seg at, sum hann gjørdi. Tað er ein ringur sonur, ið vil taka lívið av faðir sínum.

Haraldur.
Og tað er ein ring genta, sum stígur fram á ting og brigslar einum sakleysum dreingi faðirmorð.

Bartal.
Tað var ikki so løgið, sum hann hevði borið seg at ímóti henni.

Birita.
Hatta haldi eg við tær, Bartal!

Haraldur.
So? Hvussu var tað við Jákupi í Lon og tær? Hví klagaði tú hann ikki á vártingi, tá ið hann rýmdi hiðani av garðinum?

Birita.
Á, Harrin hjálpi mær ímóti at koma í slíka gølu!

Haraldur.
Ja, tað kemur mær fyri! So skalt tú heldur ikki breggja tær av tí. (Fer aftur at raka.)

Bartal.
Nei, Páll er einki at eymkast um. Tað mátti enda við honum, sum tað gjørdi. Hann toldi ikki orð av manni.

Birita.
Hann mátti doyð í kulda og kavaroki har uppi í fjøllunum.

Haraldur.
Ja, - men veturin í ár hevur verið av teim bestu, og Páll er heldur eingin bloytingur.

Birita.
Hevur hann verið einsamallur alla tíðina - um næturnar við? Á, eg hevði ræðst, hevði tað verið eg!

Bartal.
Nei, einsamallur hevur hann ikki verið. Hann hevur búð hjá huldumonnunum; tað er einki at ivast í.

Sunnuva (rørir í nátturðapottinum).
Nú, Bartal! kom ikki við sovorðnum tvætli!

Bartal.
Tvætl? Tað er einki tvætl. Hann býr hjá skyldfólki.

Sunnuva.
Far nú og spinn mær einar vøttir í kvøld heldur enn at ganga har og skræða teg! Eg havi nakrar karðavillar liggjandi innari í stovuni. - Hilda! Tú skuldi farið at hugsað um at knoða drílarnar.

Bartal fer innar í stovuna, kemur aftur við karðavillunum, spennir stráið fyri og fer at spinna. Hilda tekur eitt trog og eina drílafjøl úr krokinum, ein stólpa av bríkini, eitt vatnkerald undan beinkinum og leggur seg á knæ á gólvið at knoða.

Haraldur (ið situr við stráið).
So, nú fekk eg skil á hesum kortini! (Reisist og ristir roðið í hondunum; tað ber við favnin hjá Bartali, so hann slitnar.)

Bartal (í øðini).
Hvussu er tað, tú bert teg at! Slítur mær favnin, sum eg standi og spinni!

Haraldur (smílkast).
Kundi eg gera við, at roðið bar við favnin? Tú stendur har og rennir hondina heilt upp í tróðrið. (Stingur ullina undir beinkin, fer yvir at seingini og heingir roðið upp á bitan.)

Bartal (skoytir saman aftur).
Tú hevur altíð verið eitt býtisbarn! Tú skuldi verið koyrdur í Nesskorar; har kundi tú búð saman við hinum huldumonnunum.

Haraldur.
Nú, nú, hin gamli! ver ikki so óður. Tú fært væl skoytt favnin saman aftur.

Birita (við Bartal).
Tú verður ikki liðugur at spinna vattatógvið í kvøld við hatta lagið.

Bartal.
Tú kanst tiga. Tú hevur sitið alt kvøld sum grógvin føst í stabban.

Birita vendir sær burtur, starir eina løtu í trogið hjá Hildu, kveitir at Sunnuvu, sum situr og bindur, klípur sær ein bita av deignum og stingur í munnin.

Hilda (slær eftir henni við hondini).
Halt hond tína hjá tær!

Birita (tyggur).
Tað síggi eg, at nógv betur smakkar deiggið av hesum føroyska mjølinum enn drílurin av hasum handilskorninum, tey keypa.

Haraldur.
So, Birita! Nú fari eg at stappa mær upp í stúvin.

Tekur pípuna úr húgvuni, rættir seg upp á bitan eftir tubbakinum, stappar sær uppí, fer yvir at grúgvuni, tekur eina glóð við klovanum og festir sær í, fer aftur, setir seg undir liðina á Biritu at roykja. Tað er nú farið at skýma inni.

Birita (við Harald).
Búgva huldumenninir eisini í Nesskorum?

Haraldur (lær speiliga).
Ikki man tað vera sørt. (Kveitir at Biritu.) Tað hóskar ikki, sum Bartal sigur, Birita! Páll er eingin huldumaður; hann er av Sunnanágarði í Mikladali.

Birita.
Hvussu kann hann tá liva uppi í fjøllunum einsamallur? Fær hann nakað at eta?

Haraldur.
Seyðurin trýtur ikki í Kalsoynni, Birita!

Birita.
Stjelur hann seyð?

Haraldur.
Ja, tá ið einki annað gerst; okkurt skal hann gera. Annars er hann vanur at koma at húsunum um næturnar og fáa sær eitt krov úr einumhvørjum hjalli.

Bartal (snarar sær á).
Tað er ikki smávegis, hann tekur! Har heftist ikki kjøtbiti í nøkrum hjalli fyri honum; hann stjelur sum krákan!

Haraldur.
Hvussu veitst tú tað?

Bartal.
Alt frættist. Hann hevur stolið tvey krov frá Heindrikki í Mikladali og halvt triðja frá bróður sínum Magnusi á Trøllanesi.

Haraldur.
Íðan, okkurt má hann hava at eta.

Bartal.
Tað er ikki alt matur, hann stjelur. Í Fuglafirði hevur hann stolið tvær alin av vadmali, sum Árant í Leirvík átti, og eina sjóstúku hevur hann stolið frá Óla á Húsum.

Haraldur.
Ja, hann má sjálvsagt eisini við hvørt fáa sær nýggj klæði.

Bartal (speiliga).
Eg hugsi so við! Og bátin hjá Tormanni, sum hann rendi út av bakkanum í Mikladali, hann ætlar hann væl at hava til brenni!

Haraldur.
Nei, Bartal! Tormaður hevði tikið kjølin úr bátinum, so Páll sá, at hann var ikki floytandi; tí helt hann tað vera best at renna bátin út av bakkanum, at ikki skaði skuldi vera av honum.

Bartal (ilskur).
Tú kanst vera sama býtisbarnið, sum hann er!

Hann fer aftur at spinna. Haraldur flennir fyri seg sjálvan. Meðan kemur Rasmus inn.

Sunnuva (við Rasmus).
Tú vart so leingi úti í kvøld; eg var hálvavegna farin at vera bangin um teg.

Rasmus.
Eg mátti hyggja eftir nøkrum, áðrenn eg fór niður. Tað er væl best at hugsa um at sleppa sær í song. Í morgin verður veðrið gott, sum hann stendur ættaður. Tað kundu verið vónir um útróðrarlíkindi.

Hilda er nú liðug at knoða, tekur drílafjølina við tveimum drílum á og setur hana á grúgvusteinin. Hon setir alt aftur á pláss. Meðan hyggur Sunnuva at drílunum.

Rasmus (lítur at Bartali).
Er Bartal farin at spinna í kvøld?

Sunnuva.
Eg hevði nakrar karðavillar liggjandi, og eg skuldi hava spunnið nakað vattatógv. So hugsaði eg, at hann kundi spinna tað í kvøld, tá ið hann einki annað gjørdi.

Rasmus (við Bartal).
Nú fer at vera so myrkleitt. Halt uppat at spinna! Tú sleppur ikki við hatta í kvøld kortini.

Sunnuva (tekur pottin útav).
Hilda! Far út eftir stompunum. Eg tvó teir í dag; teir standa fyri durunum.

Rasmus (aftur við Bartal).
Lat nú rokkin vera í kvøld! Far heldur at hugsa um at sleppa tær í song.

Bartal gevst og skjýtur stráið inn undir rokkin. Hilda, sum er farin út, kemur aftur við fimm stompum, keraldi og sleiv, setir stamparnar og keraldið á bríkina og leggur sleivina í pottin. Sunnuva oysir uppúr. Hilda fær fyrst Haraldi, síðani Bartali, sum setist á stabban at drekka, og flytur so Biritu keraldið. Sjálv setir hon seg á bríkina við einum stampi. Sunnuva setir tveir stampar frá sær á hina bríkina og ber teir síðan innar í stovuna, kemur aftur og hirðir drílarnar.

Rasmus (við Harald).
Hvørji tíðindi veitst tú úr Kunoy? Hvussu gongst við lembingini har heima?

Haraldur.
Enn vóru bert nøkur fá lomb komin, men seyðurin er óføra treystur har heima, so um veðrið verður gott, verður óivað væl lambað.

Rasmus.
Var nakað frætt úr Kalsoynni?

Haraldur.
Fólk talaðu um, at stórur bátur skuldi koma úr Havn norður til Kalsoyar. Nú skal Páll aftur verða tikin og førdur suður í myrkustovu. Tað sigst, at kalsoyingar hava klagað suður til Havnar. Teir vilja ikki hava hann verandi í oynni longur.

Rasmus.
Tað var altíð væntandi.

Sunnuva.
Ája! So verður hetta væl síðsta ferð hansara. Fjónaður av hvørjum manni kann hann ikki verja seg ein móti øllum.

Bæði hjúnini fara innar í stovuna.

Bartal (smakkar).
Á! Hetta gevur góðan ráka.

Haraldur.
Frálíkt, Bartal! Hetta smyr hálsvølin. Tú verður nakað kvikur undir tøðleypinum í morgin. Bóndin ætlar, at tú skalt liggja eftir heima og velta.

Bartal.
Tað hugsi eg. Nei! Eg havi verið gamal andøvsmaður, síðan eg kom higar á garðin at vera.

Birita.
Tú? Tú hevur ongantíð vitað skil á sjóvarfalli.

Bartal.
Tað er nógv fyri at hoyra. Eg, sum havi róð út á Norðhavið nú í brátt tríati ár!

Sunnuva kemur innaftur. Tey tagna og gera seg liðug at drekka. Hon hyggur at drílunum. Tey seta stamparnar frá sær hvør í sínum lagi. Hilda tekur teir allar og lagar teir upp innast á bríkini. Nú er væl meira enn hálvaskýmt.

Sunnuva.
Farið nú út í stovu og leggið tykkum! Tit fara upp aftur við deginum í morgin.

Hilda, Haraldur og Bartal fara út.

Øll trý.
Góða nátt!

Sunnuva.
Góða nátt! (Við Biritu.) Far tú eisini og legg teg, Birita!

Birita smoyggir seg úr um føturnar, fer upp á bonkin, dregur umhangið frá og bóltar seg upp í seingina. Um eina løtu smoyggir hon klæðini fram um songarstokkin. Sunnuva hyggur eftir drílunum.

Sunnuva.
Nú eiga teir at vera bakaðir. (Tekur drílarnar út úr eiminum, setur teir upp við steinunum innan í grúgvuni, tekur torvur úr krókinum og hirðir, hyggur seg um í roykstovuni og fer innar í stovuna.)

Nú er næstan myrkt inni. Einki hoyrist eina løtu uttan rotini frá Biritu í seingini. Tá kemur Rasmus spakuliga innaftur í roykstovuna. Hann válar aftur og fram eftir gólvinum í djúpum tonkum, fer yvir at lúkuni og skjýtur hana niður frá. Uttanfyri síggjast Haraldssund og Borðoyggin í mánalýsi. Rasmus leggur seg fram á karmin og starir út yvir sundið. Hann lítur oman á bakkan lættir sær á, hyggur og melur inn eftir gólvinum.

Rasmus.
Her kemur maður eftir bakkanum í kvøld; hann man ikki vera ørindaleysur.

Hann vendir aftur at glugganum, steðgar og hyggur. Maðurin kemur niðan at húsunum; hann er í sjóstúku og brókum, rimpaðar saman um knøini, sær illa týggjaður út, sítt og ývið hár og skegg, hevur hvalvápn í hendi og klæðsekk um herðarnar.

Rasmus.
Páll! Eg grunaði, at so mundi vera.

Páll (steðgar og styðjar seg fram á hvalvápnið).
Gott kvøld, Rasmus! Tað er nú í evstu stund, at eg leiti upp gamlar gøtur og fornar vinir. Skansabáturin er nú aftur eftir mær; eg var noyddur at rýma úr Kalsoynni.

Rasmus.
Firnast ikki. Eg veit, at tú ert illa staddur, og eg vil hjálpa tær tað, sum eg eri mentur. (Leggur seg fram á karmin og rættir hondina út. Teir heilsast.) Kom nú inn á gólvið, men gakk spakuliga um hurðarnar, tí fólk er farið í song.

Páll (kemur inn, setur hvalvápnið við hurðina).
Tað er nú langt síðan, at eg havi havt tak yvir høvdið. (Skimast.) Eg orni um hjartað við at síggja grúgvusteinarnar og hoyra mannamál aftur.

Rasmus.
Hvíl beinini! Her er so myrkt inni; eg skal fáa fatur á einum kertustubba. (Trilvar fram við grúgvuni, finnur eitt ljós og tendrar tað við einum brandi, bræðir niður á grúgvusteinin og setur ljósið.)

Páll (lættir stabban á, setur hann spakuliga nærri grúgvuni, leggur klæðsekkin frá sær og setur seg).
Alt verður so íheimligt fyri  mær. Hetta minnir meg á jólini heima, tá ið kerturnar brunnu.

Rasmus.
Tú ert væl svangur, Páll? Tú ert komin langvegis.

Páll.
Nei, maturin hevur ikki trotið mær; eg fekk mær ein bita, áðrenn eg kom at húsum. Set teg nú niður og latum okkum tala saman.

Rasmus (setur seg á bríkina aftan fyri grúgvuna).
Eg frætti í dag, at stórur bátur skuldi koma eftir tær úr Havn, og eg væntaði, sum var, at tú vildi fáa fregn av tí og rýma úr Kalsoynni.

Páll.
Ja, eg hitti Magnus bróður mín í gjáranáttina, og hann segði mær hetta. Eg helt tí leiðina suður eftir oynni og tók mær bát av Blankskála í dag, tá ið fólk var farið at húsum. Síðan róði eg um Kalsoyarfjørð, legði at undir Kunoyargalvi og rendi bátin frá aftur landi. Nú havi eg fótin fastan á Kunoynni, og ikki slepst til rýmingar, uttan eg fái far.

Rasmus.
Tað var rætt hugsað av tær, at tú ikki tókst bátin upp á land, tí so høvdu teir fingið snevilin av, at tú vart í Kunoynni.

Páll.
Eg helt tað heldur ikki vera ráðiligt hesa ferð at rista merki í bátin, soleiðis sum eg áður altíð havi gjørt. Var hann so funnin, kundu teir fingið illgruna um, hvar eg var. Báturin eigur nú at reka til havs eftir útskotunum út av Kalsoyarfirði.

Rasmus.
Hatta varð óivað tað einasta, tú hevði at gera. Men ætlar tú tær nú at steðga her í oynni? Í longdini kemur tað væl at frættast, tí fólk skulu altíð hava okkurt at mýkja seg um. Eg vil fegin geva tær mat og annað, ið krevst; men sjálvt um tú ikki gongur nøkrum ov nær, kunnu fólk ikki tiga, og illgrunin vil tá falla á okkum báðar.

Páll.
Hetta havi eg eisini hugsað um, og eg visti tí heldur ikki, um eg skuldi vága mær til tín, sum standurin var, men nú vóru allar aðrar leiðir stongdar.

Rasmus.
Hevur tú ongantíð hugsað um at flyta av landinum?

Páll.
Tað er ikki so lætt at sleppa nakran veg. Hevði eg vitað mær far, var eg longu rýmdur.

Rasmus.
Veitst tú, hvussu langur vegurin er hiðani til Hetlands? Tveir dagsróðrar, halda menn, sum hava siglt ímillum londini.

Páll.
Hvussu verður stýrt?

Rasmus.
Í landsynning.

Páll (hugsar).
Tveir dagsróðrar? - Tað er væl best, at eg fari at royna tað, um tú vilt geva mær bát og búgva meg út á hesa ferð.

Rasmus.
Bát skal eg geva tær og alt, hvat ið annars tørvar á ferðini. Eg ynski tær betri kor at liva undir í Hetlandi, enn tú hevur havt her í oyggjunum.

Páll.
So er tað avgjørt, at eg fari. Her er einki at vera eftir longur; tað er best at sleppa sær burtur, meðan tíð er. Eg kann vera úti á havleið, áðrenn sól rísur úr kavi.

Rasmus.
Eg bar hetta fram, tí eg haldi meg síggja, at tú kanst ikki bjarga tær á annan hátt. Tað er tungligt at skula fara av landinum, men skal løgrætturin nú døma teg, verða treytirnar harðar, og tú sleppur neyvan frá tí við lívinum.

Páll.
Land okkara er lítið, og fólkið er bæði fátt og smátt; her er ikki livandi millum manna. Kundi eg bert funnið mær eitt einbýli fjalt fyri mannaeygum, vildi eg heldur búð har, men eitt sovorðið friðskjól finst ikki her í oyggjunum.

Rasmus.
Eg skilji fullvæl kenslur tínar, men nú er ikki stund at drála, um tú skalt hava vónir um at koma leiðina fram.

Páll.
Tað er so undarligt at hugsa sær, at eg aldri skal síggja hesar klettar aftur. Eg havi nú ligið uppi í fjøllunum um vetrarnætur og hoyrt stormin duna í homrunum; eg havi fylgt brotunum inn eftir Djúpunum og sæð brimið hingið í berginum; eg havi á sumri start út yvir havið í silvitnisveðri; eg havi sæð oyggjarnar í søkkandi sól og við mjørkatámi um tindarnar; eg havi hoyrt ritugólið á Kalsvík, tá ið summardimmið lættir; eg havi sæð fuglarnar flykkjast í berginum og á heiðunum. Eg havi sæð hetta landið í ódn og í logn, og enn sjónskari stendur alt fyri mær nú, tá ið skilnaðarstundin er komin.

Rasmus.
Eg havi eins og tú sæð havsins villa leik og summardýrd um Føroya strendur, men eg sigi, sum fornir hava sagt, at menn skulu rógva, meðan sjóvarfall er. Um eg ráddi, so vildi eg, at tú skuldi verið í landinum. Tó haldi eg, at tað er betri at rýma, áðrenn ódn brestur á, enn at verða sitandi og umkomast í ódnini.

Páll.
Nei, avgerð mín er tikin: eg vil skunda mær av stað. (Reisist og fer yvir at glugganum.) Sum tað er vakurt í kvøld! Mánin skyggir á sundinum, og tindarnir droyma í náttarroða. (Starir hugtikin, fer aftur frá glugganum.) Nei, nú er ikki at drála! Vit fara oman í fjøruna alt í einum og taka alt við.

Rasmus (reisist).
Steðga eitt sindur! Eg vil lata konu mína vita av, at tú ert her. (Fer innar í stovuna.)

Páll (dreivar um gólvið í tonkum).
Til Hetlands? - Tveir dagsróðrar? - Ja, nú er einki annað at gera.

Um eina løtu koma Rasmus og Sunnuva inn aftur í roykstovuna. Sunnuva fer yvir at Pálli. Tey heilsast.

Sunnuva.
Sum tú sært út! Og tú ætlar tær av landinum?

Páll (álvarsamur).
Ja, beinanvegin!

Sunnuva.
Tú hevur hvørki fingið vátt ella turt; tú mást hava nakað, áðrenn tú fert.

Páll.
Nei, nú er at skunda sær; vatn og mat fái eg við í bátin.

Rasmus (við Sunnuvu).
Tak annan drílin og koyr hann niður í klæðsekkin hjá honum! Eg skal fara út í hjallin eftir kjøti og fiski; eg legði nakað burturav, tá ið eg var úti í kvøld. (Fer út.)

Sunnuva tekur annan drílin úr grúgvuni. Páll fer eftir klæðsekkinum, og hon koyrir drílin í. Hann bindur klæðsekkin um herðarnar, gongur at hurðini og tekur hvalvápnið.

Sunnuva (hyggur).
Hví hevur tú hatta við?

Páll.
Okkurt skal eg hava at verja meg við. Fíggindar mínir eru nógvir, men vinirnir fáir.

Sunnuva.
Tú væntaði væl ikki at møta fíggindum her á leið?

Páll.
Nei, ikki her á garðinum; men teir kunnu koma aðrar staðir frá, tí teir leita eftir mær, hvar eg eri.

Sunnuva.
Ja, tað er alt ov satt, Páll!

Rasmus sæst uttan fyri gluggan við kjøti og fiski, sum hann leggur frá sær. Hann kemur inn.

Rasmus (við Páll).
Eg havi lagt alt uttanfyri; eg gangi oman í fjøru við tær, so kunnu báðir taka tað við.

Sunnuva.
Hann má hava nøkur klæði. (Skundar sær innar í stovuna og kemur aftur við koti, brókum, hosum og øðrum, sum hon leggur Pálli á armin.)

Páll.
So fara vit! (Rættir Sunnuvu hondina.) Farvæl, Sunnuva! og tøkk fyri góðan blíðskap!

Sunnuva.
Tú fert so illa, Páll! Og hetta er síðstu ferð!

Páll vendir sær við; teir fara út og taka tað við, sum uttanfyri liggur.

Sunnuva (dapurt).
Ja, - síðsta ferðin! Nú kemur hann ikki aftur. (Fer fram at glugganum. Páll veittrar við hondini; hon veittrar aftur. Teir hvørva.)

 

To top

Fjórði partur

Í Gildisskálanum: tingstovan á Tinganesi í Havn á degi hin 7. september 1657. Aftast beint fyri og úti við vinstrumegin beinkir. Gjøgnum gluggan sæst Nólsoyggin. Høgrumegin løgmansstólurin; við høgru og vinstru lið sessir fyri skrivara og fúta. Borð frammanfyri. Hurðar uttast báðumegin. Myndir við gomlum sniði hanga á bróstinum. Krakkur stendur á gólvinum. Vinstrumegin gongur hurðin, og tveir soldátar koma inn við Pálli ímillum sín; teir taka handjørnini av honum.

Fyrsti soldátur (við Páll).
Her verður tú at steðga. til løgrætturin kemur! Vit halda vakt uttanfyri.

Páll (beiskur).
Tit gera, sum tit eru bidnir. Tað eru teir, sum beita, ið skipa fyri!

Annar soldátur.
Halt teg nú friðarligan! Tað verður verri fyri teg sjálvan, um tú gert nakað um teg.

Páll (vanvirðandi).
Verri? Tú heldur kanska, eg havi meira at missa enn.

Annar soldátur.
Tað má rætturin avgera. (Báðir soldátarnir fara út og lata hurðina aftur.)

Páll (dapurt, hevur høgra neva á lofti).
So til heljar við øllum! Eg kundi smyldrað hesa stovuna sundur og sligið teir allar kaldar. (Steðgar.) Lívið? Tað taka teir frá mær kortini. Eg havi einki eftir at missa. (Droymandi.) Farið, farið! alt er farið! Dreymar, sjónir, allar vónir - horvið, brostið! alt, alt! (Raknar við og sissast.) Lat so fara, sum fara vil! Nú er best at taka lagnuna, sum hon kemur. (Setist á krakkin at grunda. Ein soldátur gongur tvørtur við glugganum uttanfyri.)

Páll (reisist, hugsar).
Tað kan væl vera, at eg ikki altíð havi borið meg rætt at, men so havi eg eisini bøtt fyri tað í stórum. Eg havi verið happaður av hvørjum manni, rikin út úr øllum felagsskapi, hundbeittur sum vargaseyður mátti eg halda til fjals; nú eri eg aftur tikin og verði væl dømdur sum brotsmaður, gandakallur, leysingi ella okkurt, ið verri er, av monnum, sum nærum allir hava gjørt seg sekar í tí, sum lógin dømir. (Lítur at løgmanssætinum.) Komið so, allir samlir, løgmaður, skrivari, fúti, løgrættumenn! Set teg, Balsar løgmaður, á Føroya dómstól, og døm Páll fanga fyri tær misgerðir, hann hevur gjørt! Himprast ikki, tú noyðist til sjálvur at bera ábyrgdina; men firnast tú, so lat Páll døma fyri teg - vesælavætti!

Hann melur aftur og fram eftir gólvinum. Hurðin fer upp vinstrumegin, og ein soldátur kemur inn við Siggu Torbergsdóttur. Páll steðgar, kveitir at henni og verður standandi.

Sigga (óttafull).
Hvat vilja tit, at eg skal gera her í dag?

Soldáturin.
Tú verður førd fram sum vitni. Í dag verður dómur feldur. Tann vitnisburður, tú avlegði á vártingi í fjør, er førdur í bók, og tú skalt ásanna, at hann er rættur. Her kanst tú hitta lagsmann tín aftur og geva honum ábreiðslu fyri óhøviskan atburð. Hetta verður síðsta ferðin, tit hittast. (Fer.)

Páll (lítur at henni).
Sigga her!

Hon starir tómt at honum.

Páll (heldur fram).
Ert tú komin við mikladalsmonnum?

Sigga.
Spyrt tú, hví eg eri komin higar í dag? Veitst tú ikki, at hetta er tingstovan, vit eru í, og at løgrætturin her skal avsiga dóm yvir Páll Jóanisson av Sunnanágarði í Mikladali?

Páll.
So er, Sigga. Tú sært, eg eri komin í góðari tíð. Eg gangi her og bíði eftir, at løgrætturin skal koma.

Sigga (beisk).
Tað er ikki av egnum ávum, at tú ert komin higar í dag. Tú ætlaði sjálvur at rýma av landinum, men landsynningur tók og rak teg inn aftur undir land; har vart tú funnin sovandi í bátinum. Sig so, at tú ert komin í góðari tíð - skrøgg!

Páll (álvarsamur).
Tað er einki skrøgg, Sigga! Nú hevur tú fingið hevnd yvir meg - hevnd! - men eg eri bangin fyri, at henda hevndin hevur sviðið tær sjálvari nakað dygt. Alt kundi verið øðrvísi, um tú ikki hevði -

Sigga (tekur orðið av honum).
Ja, um eg ikki hevði látist um vón, men bert latið teg dripið sakleysan mann í loyndum og vanvirt meg, sum tú sjálvur vildi. So kundi tú nú verið bóndi á Sunnanágarði, stórur maður og ríkur, meðan eg hevði verið til rukku fyri hvønn mann, háðað, speiað, gingið biddaragongd hús úr húsi og neyvan havt tak yvir høvdið. Tað var nakað spell, Páll, at alt ikki gekk, sum tú ætlaði!

Páll.
Lat nú vera við at bera fram aftur gamalt brigsl! Tú veitst væl, at alt hevði verið øðrvísi, um tú ikki hevði givið teg í hóslag við mínar verstu fíggindar.

Sigga.
Tú hevur sæð trøll í hvørjum skoti. Eg veit einki um, at tú hevði so nógvar fíggindar, sum tú sjálvur trúði. Eg havi, ið hvussu er, einki havt saman við teimum.

Páll.
Tað kann væl vera, at tú talar av óvitsku, men hevði tú sæð, hvussu standurin var, so hevði tú vitað, at fíggindar mínir vóru bæði nógvir og sterkir.

Sigga (hørm).
Eg dugi tó ikki at síggja, at tað er rætt at lata meg gjalda fyri tað, sum fíggindar tínir hava gjørt. Eg, sum hevði givið tær allan mín hug og alt mítt yndi - tað skuldi eg bøta fyri; mong hevur náttin verið mær long, meðan eg havi ligið í svøvnloysi og hvøllum gráti.

Páll (lítur granskandi at henni).
Sunnanágarður er væl verdur eina vøkunátt.

Sigga (rørd).
Vís teg nú ikki aftur fyri mær í øllum tínum vesældómi! Eg havi sæð nóg mikið av honum fyrr; eg brellist ikki eftir at síggja meira. Tær nýtist ikki at gremja teg um, at eg havi notið gott av tær. Eg gav tær alt, sum ein kvinna kann geva. Tú tókst tað, sum var tað ein rættur, tú átti. Hvat fekk eg afturfyri? Vanvirðing, tína vanvirðing, Páll! tí tú heltst teg vita, at eg gav fyri sjálv at fáa. Tað er lívsins tøkk! (Sáttligari.) Tú tókst alt; eg havi einki eftir at liva fyri. Barnið, eg fekk, var andleyst føtt. Hvørs var atvoldin? Døm nú sjálvur! Tú hevur væl havt stundir til at hugsa um slíkt, nú tú hevur livað sum vargur í oyðimørk.

Páll (melur á).
Ja, hvørs er atvoldin, at vit bæði eru komin skeivt fyri? Eg veit ikki, Sigga! Tað er ikki soleiðis at avgera í stundini. Lat so vera, at eg havi stóran part av skuldini; eg verði væl eisini noyddur til at bera hann. Tað harmar meg tó, at eg her skal verða dømdur av monnum, sum sjálvir ikki hava hilling á at gera rætt og skjal.

Sigga.
Vanvirðir tú løgrættin, ella óttast tú fyri at síggja tín egna atburð dømdan? Ræðuskítur! Eg havi borið byrði mína, og hon var tung. Tú royndi at tveita byrðina av tær, men lagnan tók teg. Tú kanst ikki tváa teg sjálvan reinan við at sverta landsins rætt.

Páll.
Eg vil ikki sverta landsins rætt, men hann svertar seg sjálvur. Har sita menn, sum ikki eru førir at døma, tí teir tora ikki at standa til svars. Tað eru ikki mong ár síðani, at her kom maður á ferð til Íslands, sum var sendimaður kongs. Hann settist í løgmansstólin og feldi á einum degi ellivu dómar yvir leysingar og tjóvar, sum allir vóru sendir niður á Bremarhólm. Tá vóru menn ikki ræddir, tí tá hvíldi ábyrgdin á kongsins sendimanni og ikki á Føroya løgrætti.

Nei, Sigga! Eg eri ikki bangin fyri nøkrum longur, men eg veit, at einki høpi er í dómum, teir fella, tí teir fylgja ongum sjónarmiði. (Peikar á løgmansstólin.) Set tú teg heldur á dómarasætið og døm so, sum tú vilt! Eg vil taka við treytunum heldur enn lata hasa spjørrina Balsar og fylgisneytar hansara døma meg.

Sigga (stoytt).
Nú kanst tú speireka meg, sum tú vilt; tað rørir meg ikki. Eg hevði tó væntað eitt sindur frægari tæri í tær; tað gerst ikki við! (Vendir sær burtur.)

Páll.
Eg speireki teg als ikki. Tað er mítt rama álvara!

Sigga (hørm).
Ja, ja, Páll! Tað er títt rama álvara! (Tungliga.) Áh, Páll, Páll!

(Kirkjuklokkan fer at ringja.)

Páll.
Tað ljóðar so hátíðarmikið, tí nú skal løgrætturin verða settur, men fyri mær er hetta eingin hátíðardagur (snarar sær á.) Lat so fara, sum fara vil! (Fær eyga á krakkin og setur seg at grunda við alboganum fram á knøini.)

Um eina løtu gongur hurðin høgrumegin. Páll lítur uppundan, reisist og verður standandi. Inn koma Balsar Jákupsson, løgmaður, Niels Jákupsson, sorinskrivari, og Jóhan Heidemand, fúti. Teir fara fram at stólunum og sessast. Nú fer hurðin upp vinstrumegin, og tólv løgrættumenn koma inn. Teir setast á rað eftir beinkinum fram við glugganum. Løgrættumenninir hava hvítan kraga um hálsin við holum í. Aftaná kemur Rasmus Magnusson. Ein soldátur stingur høvdið innum, og hurðin verður afturlatin. Kirkjuklokkan tagnar. Meðan løgmaður reisist við bók í hendi, fer Páll fram at borðinum.

Páll (speiliga).
Eg loyvi mær at spyrja, um tað er siður her, at rætturin letur vitnini bíða eftir sær á tingstaðnum.

Løgmaður (hvassliga).
Skalt tú fregnast um slíkt? Eg seti løgrættin, tá ið tað hóskar mær sjálvum at koma.

Páll.
So er. Eyðkent er lagið á landi. Sum slóðarin gongur, má fylgi hans elta.

Allir hyggja at Pálli; Balsar løgmaður aftrar seg tó og sissast.

Løgmaður (lesur).
Vár harri Jesus Kristus lýsi signing sína og frið yvir okkum allar og tey, sum við eru á hesi góðu tingferð, nú og altíð! Amen.

Tingrættur skal verða hildin á hvørjari løgsókn ásettar tíðir og á støðum, sum kosin eru til tess frá fornari tíð. Í Føroyum skal løgting verða sett tólvta hvønn mánað í Tórshavn á ólavsøkudegi. Teir menn, sum møta skulu á løgtingi, skal umboðsmaður kongs ella fúti hans taka út í leni sínum serstakliga í hvørjari sýslu á vártingi, sum hildið verður um miðføstu, og har skal hann kalla teir menn, sum hann veit orðhaldnar og dugandi vera. Hvør svorin maður, sum á tingi er kallaður, skal, so ofta hann fer til tings, hava fýra skillingar fyri hvørja míl av bóndum í tingsýslu síni. Men hevur bóndi ongan tingfaratoll latið, tá skal hann gjalda mørk í silvuri. Er løgrættumaður ikki møttur, tí umboðsmaður ongan hevur kallað, tá bøti umboðsmaður mørk í silvuri fyri mannin, ið frá er staddur. Umboðsmaður skal ongan svornan mann avseta, uttan lógin býður. Løgrættumaður, sum heima situr uttan løgligt forfall og ikki møtir ásetta tíð á løgtingi, skal bøta mørk í silvuri. Løgtingið skal vera hildið, so leingi løgmaður heldur tørv vera á. Hann skal lata so rúmligt vera á tingi, at tríggjar tylftir manna hava rúm at sita. So skulu allir minnast til, at hann, ið hevur nakað at siga, má bera tað hampiliga fram við prógvi og vitnisburði og tiltala hvønn mann siðiliga. Tit kunna allir næst Guds hjálp fáa at kenna, hvat lóg og rættur er, og um onkur ger móti hesum boðum, fær hann harðasta dóm, ið lógin býður.

So siti tit allir í Harrans friði! (Hann leggur bókina frá sær, og sigur:) Sakir, ið ikki hava verið fyri á ólavsøkutingi, skulu, um neyðugt gerst, verða avgjørdar á eykatingi. Slíkar sakir  eru brotsmannasakir. Á hesum tingi mugu í minsta lagi tólv løgrættumenn vera til staðar, so sum siður hevur verið frá fornari tíð, og skulu tá seks av løgrættumonnunum vera úr teirri sýslu, haðan sakarmálið er flutt fram á ting. Hetta eykatingið, sum nú er sett, skal avsiga dóm yvir Páll Jóanisson av Sunnanágarði í Mikladali. Málið hevur verið frammi á vártingi norðuri í Vági, og Páll varð tá tikin og settur fastur, men áðrenn løgtingið fekk søkina til viðgerðar, hevði hann brotið seg út og var horvin. Hann var tó aftur tikin, men breyt seg út tvær reisur enn. Tá ið hann var tikin triðju ferð í vár í báti á Árnfjarðarvík av Hanusi bónda í Gerðum, varð høgt eftir honum við sóknarongli, og fekk hann tá eitt sár millum herðanna. Hetta sárið er fyrst aftur grøtt nú, og søkin kundi tí ikki koma fyri á ólavsøkutingi, men nú viljum vær hava hetta mál úr hondum greitt sum skjótast. Eg minni á, at tingið her er løgliga sett, og vil eg biðja skrivaran greiða frá søkini, soleiðis sum hon er borin fram á Norðuroya vártingi í fjør. (Setist.)

Skrivarin (reisist, tekur bók og lesur).
Á vártingi norðuri í Vági, sum byrjaði hin 17. mars 1656, steig fram Páll Jóanisson á Sunnanágarði í Mikladali og beyð hálva mørk í silvuri í bót fyri at hava sligið Erik Sjúrðarson. Harnæst klagaði hann yvir, at Sigga Torbergsdóttir hevði loypt út í orð, at hann, Páll, hevði ætlað at drepa mann við at lata gift í drekkað. Við honum vitnaðu tveir menn, Eirikur Jústinusson og Mikkjal Guttason av Trøllanesi. Sigga segði so at vera og helt fram, at Páll hevði sagt hetta, eina ferð tey bæði sótu saman í Mikladalslíð, og hann hevði tá skilað til, at gav faðir hansara yngra bróður, Magnusi, Sunnanágarð, so visti hann, Páll, hvat hann skuldi gera. Hon visti eisini, at Páll hevði fingist við gand. Eitt træsprek, sum hann hevði biðið hana leggja inn hjá Mikkjali Guttasyni hevði volt, at Anna Guttadóttir var vorðin sjúk, og hon var ikki betri, fyrr enn træið varð funnið og brent. Eina aðra ferð hevði Páll gjørt seg inn á Onnu Andrasardóttur, tí hon tvær reisur hevði noktað honum ein kálv. Hann hevði tá lovað henni, at kúgvin ikki skuldi kálva aftur. Og so var; kúgvin doyði. Anna vildi tó ikki halda, at Páll var atvoldin í hesum. Eina ferð Anna hevði noktað Pálli drekka, fekk hon ein meinan sting inn í mjødnina, sum fór niður gjøgnum lærið og beinið; hon hevði tá sagt við Páll: „Tak hetta aftur fyri Guds heiður,“ og tá linkaði pínan. (Páll smílkast, strýkur sær um ennið.) Somuleiðis vitnaðu Tormaður Pætursson og Heindrikur Justinusson úr Mikladali, at dagin, áðrenn Jóanis Heindriksson doyði, høvdu teir verið inni hjá honum; hann var tá ógvuliga sjúkur og segði við teir: „Tað er rættur gandur, sum í mær situr.“ Páll var komin til staðar og hevði víst teimum eitt band, bundið saman í ein knút, sum hann nevndi loysningsknútin. Tað skuldi hjálpa móti nógvum sjúkum, hevði Páll sagt. Teir báðir høvdu sæð, at Páll hevði sett eitt leirílat út á eldin, hvarí hann hevði nakað, sum hann vildi geva faðir sínum. Tvey hvít trø lógu á kross yvir ílatið. Tá ið faðirin hevði drukkið, segði Páll: „Livir hann ikki betur um ein klokkutíma, so er deyðin vísur.“ Yvir høvdalagið í seingini hevði Páll lagt ein klút; í honum var pipar og sukur samanvavt; eingin mátti nema við tað, hevði Páll sagt. Eingin visti, hvat í ílatinum var; men tá hin gamli var deyður, og sjónarøl var drukkið, bólgnaði líkið upp og varð so tjúkt, at tað slapp ikki í kistuna; tað stakk upp at bløða. So varð tað jarðað í seingjarklæðum, og fjalir vórðu settar uttanum. Soleiðis vitna hesi góðu fólk, men Páll varð tó tikin og settur fastur. (Setist.)

Løgmaður (reisist).
Hvussu síðan er gingið vitum vær allir. Í vár ætlaði Páll sær at rýma av landinum. Hanus bóndi í Gerðum rakti við hann, har hann fleyt sovandi í báti á Árnfjarðarvík. Hann fór eftir honum við seks monnum, men Páll vaknaði av áraskramblinum og setti føtur í bekk til havs. Leingi róðu gerðamenn, áðrenn teir vunnu inni á Páll og tóku hann. Bátin, sum hann var í, átti Rasmus bóndi í Haraldssundi, og tingið vil nú hava greiðu á, hvussu Páll hevði fingið fatur á bátinum. Kongligi fúti vár vil taka sær av hesum máli. (Sessast.)

Fútin (lítur at Pálli).
Páll Jóanisson! (Páll vendir sær móti fútanum.) Hvussu hevði tú fingið fatur á bátinum, tú vart í, tá ið tú vart tikin?

Páll.
Eg havi altíð verið maður fyri at fáa mær bát, hvar eg eri komin; eg ætlaði mær út á flot, og so fekk eg fatur á bátinum.

Fútin.
Tókst tú bátin sjálvur, ella hevur Rasmus givið tær hann?

Páll.
Tit vita, at eg eri vanur sjálvur at taka mær bát; hví skuldi eg ikki hava tikið henda bátin við?

Fútin.
Tú veitst væl, at dómurin, tú fært, verður linari, um løgrætturin fær at vita, at tú ikki hevur stolið bátin, men at Rasmus hevur givið tær hann.

Páll.
Sjálvsagt veit eg tað; og at eg ikki vil hava harðari dóm, enn neyðugt er, tað kunnu tit væl ætla.

Fútin.
So hevur tú stolið bátin úr Haraldssundi.

Páll.
So er; skrivið tit, sum tit vilja; men satt er tað, at neyðin hevur flutt mær bát, hvørja ferð eg havi verið á floti.

Fútin.
Neyðin? Hvør er neyðin?

Páll.
Fútin spyr? Hann kennir væl ikki neyðina av egnum royndum. So mátti hann tó vitað, hvør neyðin er, av klagum og øðrum málum, sum hann hevur havt við at gera á hvørjum ári.

Fútin (ilskast).
Sjálvsagt veit eg, hvat neyð er; men tað  ljóðaði fyri mær sum eitt eyknevni á manni, tú nevndi. (Rópar.) Rasmus Magnusson!

Rasmus (stígur fram).
Ja, eg eri her!

Fútin.
Tað er tær væl kunnugt, at báturin, sum Páll var í, tá ið hann varð tikin, var úr Haraldssundi?

Rasmus.
Ja, eg hoyri tað.

Fútin.
Hevur Páll stolið bátin frá tær?

Rasmus.
Tað veit eg einki um.

Fútin.
Annaðhvørt má báturin vera stolin, ella hevur bóndin sjálvur givið honum bátin.

Rasmus.
Eg rokni tað ikki fyri stuldur, at Páll fær sær bát úr Haraldssundi; tað er eitt mál, sum Páll og eg eiga at hava okkara millum. Fútin kann heldur ikki vísa á, at eg havi givið Pálli bátin; hann má rætta seg eftir tí, sum Páll sjálvur sigur.

Fútin.
Heldur bóndin tá, at báturin sjálvur er lopin út úr neystinum? Tú hevur væl lás fyri hvørjari goymslu.

Rasmus.
Væl havi eg stongsl fyri kistum og skrínum, men á neystum mínum havi eg aldri havt lás, og ikki kann eg goyma bát mín í sjóstúkuermuni.

Fútin (argur).
Vilt tú so viðganga, at tú hevur givið Pálli bátin?

Rasmus.
Eg viðgangi einki fyri fútanum, tí eg veit meg einki ilt hava gjørt!

Fútin.
Tingið hevur prógv fyri, at tú átti bátin, sum Páll var í. Tað er ikki órímiligt, um rætturin tekur henda tilburð sum grundarlag fyri dómi.

Rasmus.
Tað má tingið sjálvt avgera, men eg haldi, at hetta grundarlagið er heldur veikt at byggja á.

Fútin.
Tað sigur tú, Rasmus!

Rasmus.
Ja, tað sigi eg, tí eg veit, at tingið í øðrum málum hevur havt betri prógv í hondum og tó latið verið við at fella dóm.

Løgmaður (reisist).
Eg vil biðja vitnið siga okkum, hvat hann sipar til. (Setist.)

Rasmus.
Ja, - tað eru okkurt um sekstan ár síðan, at fleiri mál vóru fyri á tingi um seyðatjóvar og aðrar brotsmenn, og hóast vitnisburðurin var týðiligur og gekk hesum monnum ímóti, tordi rætturin onga avgerð at taka - summi vilja halda, at skeggið skuldi standa ov nær høkuni. Tað eru ikki míni orð. Men so mikið veit eg, at árið eftir kom higar á ferð til Íslands kongligi sendimaður, Pros Mund. Hann dømdi á einum degi ellivu menn í tali, og flestir av hesum monnum vóru teir somu, sum áður høvdu verið fyri rættinum, eins og vitnisburðirnir vóru teir somu. Tí sigi eg, at tingið her má krevja gott grundarlag at døma á.

Fútin.
Grundarlagið fer tingið sjálvt at ætla um. Vit mega nú halda okkum at hesum máli, sum frammi er.

Rasmus.
Viðvíkjandi bátinum havi eg einki meira at siga.

Fútin (argur).
Far so fyri fyrst! (Lítur seg um.) Sigga Torbergsdóttir!

Løgmaður og skrivari teska sínámillum og skifta pappír millum sín. Sigga kemur fram at fútanum.

Fútin (heldur fram).
Vilt tú ásanna, at tann vitnisburður, tú avlegði á vártingi í fjør um Páll Jóanisson, - at hann er rættur?

Sigga.
Ja. Hann er væl eins rættur í ár, og hann var í fjør. Eg veit meg einki skeivt hava sagt.

Fútin.
Vilt tú eisini halda fast við tað, sum tú seinri hevur sagt, at Páll skal hava lokkað teg við lyftum og føgrum orðum og noytt teg á annan hátt.

Sigga.
Tit vita, hvat úrslitið varð. Ikki vil eg lata slíkt sita á mær, at eg eftir egnum ynski og av fríum vilja skal hava verið hjákona Páls.

Fútin.
Ert tú nú vís í, at tað er, sum tú sigur?

Sigga.
Ja, so fullu orðini, og tey vil eg standa við. (Flytur seg.)

Fútin (reisist).
Hávirdi løgrættur! Eftir teim vitnisburðum at døma, sum fram eru bornir á tingi, hevur Páll Jóanisson ikki bert gjørt seg sekan í gandi, men hann hevur nýtt henda trøllaatburð sín móti sakleysum monnum og næstringum, so at mikið óhapp hevur staðist av. Harumframt hevur hann vanvirt landsins rætt og kongsins umboðsmann við at bróta tær treytir, sum á hann vóru lagdar. Hann hevur hótt friðarfólk við vápni, neyðtikið kvinnu og stolið góðs og fæ frá monnum. Tí ætli eg, at rætturin ikki bert má døma hann frá arvi og ogn, men frá lund og lívi, so at hann verður hongdur á gálga. Tá ið Páll síðani skuldi rýma av landinum, hevði hann fingið bát úr Haraldssundi, og ætlast kann, at Rasmus Magnusson hevur verið í hóslag við hann. Eg haldi tí, at Rasmus eigur at verða dømdur frá góðsi og fæ sum sekur saman við Pálli. (Setist.)

Løgmaður (reisist).
Nú er hetta málið komið so vítt, at dómur stendur fyri durum. (Hyggur at løgrættumonnunum.) Um løgrættumaður hevur okkurt at siga, má hann koma við tí nú.

Hanus í Gerðum rættir hondina upp.

Hanus (reisist).
Tað er mín ætlan, at fútin hevur rætt, tá ið hann sigur, at Páll eigur at verða dømdur frá lívinum. Dømir rætturin hann bert út av landinum, so kann tað væl vera, at hann vil hevna seg við at koma higar aftur saman við útlendskum ránsmonnum, og tað verður verri fyri landið. So vil eg siga sum fútin, at Rasmus eisini eigur at verða dømdur fyri viðhald við Pálli. (Setist.)

Løgmaður og skrivari flyta aftur og fram við pappírum og skriva. Løgmaður lítur upp og sær, at Pætur bóndi í Vági toyggir seg fram.

Pætur (reisist).
Mær tykist hetta sakarmál ikki liggja so greitt fyri, sum fútin heldur. At døma Páll frá lívinum er ein gerð, sum tingið ikki kann standa til svars fyri, av tí at vitnisburðirnir eru bæði veikir og óálítandi. Tað, sum Sigga hevur sagt í hesum máli, er lítið álítandi og minni ábyggjandi. Men vil rætturin tó døma, sum fútin sigur, so haldi eg, at Páll eigur at sleppa at royna roysni fyri at bjarga lívinum, so sum siður hevur verið frá fornari tíð, og vil eg mæla til, at um Páll kann lesa seg upp um bergið Borgaran á Kalsoynni, so skal hann njóta lív og grið í landinum. At døma Rasmus haldi eg vitleyst vera, av tí at tingið ikki kann vísa á, at hann hevur hildið saman við Pálli. (Setist.)

Tveir soldátar eru nú inn komnir høgrumegin, teir verða standandi við hurðina.

Løgmaður (reisist).
Hetta tilboðið um, at Páll skal royna at lesa seg upp um Borgaran, vil rætturin einki hava við gera. (Setist.)

Pætur (reisist).
Páll má hava loyvi til at royna tað, sum aðrir hava roynt undir tílíkum viðurskiftum. (Setist.)

Løgmaður (tekur eitt pappír, sum skrivarin rættir honum).
Hetta mál hevur leingi ligið sum ein ampi yvir øllum tingstarvi. Føroya løgrættur vil nú fella fylgjandi dóm: (Lesur.)

Viðvíkjandi illgruna um Páll Jóanisson, sum skal hava fingist við gand og annað, ið tingbókin váttar, so má løgrætturin siga, at av tí at vitnini tala ymist, og upphavið at hesum sakarmáli er øvundarkona hans, Sigga Torbergsdóttir, tá kunnu vit eftir lógini, Tingfarabólkinum, grein fýra, ikki halda hesar vitnisburðir hollar vera; men vegna tess, at Páll sjálvur hevur viðgingið, at hann hevur biðið Siggu Torbergsdóttur lagt inn í stovuna hjá Mikkjali Guttasyni eitt træsprek við pappíri um, sum hann sigur seg hava fingið frá Dániali Jaspursyni í Suðuroy, og sum nýtast kundi til at stilla stórmans vreiði, hvilkin atburður óløgligur er bæði eftir Guds lóg og manna, sum býður, at gandakallar fáa harðasta dóm, og vegna tess, at hann, tá ið hann so varð settur fastur, breyt seg út tríggjar ferðir, áðrenn hann fekk dóm sín, og gjørdi stóran skaða við at taka bátar frá monnum og stjala mat og annað, eins og hann hevur hótt friðarfólk við vápni, tikið mjólk frá neytakonunum og neyðtikið kvinnu, so døma vit hann ikki bert frá arvi og góðsi, men útlegnan at vera, so at hann verður sendur niður á Bremarholm at arbeiða í jarni. Kongliga fúta váran biðjum vær ansa eftir, at hann ikki kemur aftur at ræna landið saman við øðrum ránsmonnum. Hetta setum vær várt innsigli undir.

Actum Tórshavn ut supra.

Hann leggur pappírið frá sær og sigur:Viðvíkjandi illgruna um, at Rasmus Magnusson skal hava givið Pálli bát ella veitt honum annan stuðul, kann tingið einki siga, av tí at vitnini ikki hava játtað, og einki prógv er fyri nøkrum.

Hann lítur at fútanum og setist. Sigga fer eftir gólvinum og fellur niður á krakkin við alboganum fram á knøini.

Fútin (reisist).
So sigi er hervið Páll Jóanisson í konglig bond lagdan at vera!

Rasmus (vendir sær við, leggur høgru hond á herðar Siggu).
Tey, sum unnast best, eru tíðum hvørt øðrum verst.

Fútin (hyggur hvassliga at Pálli).
Dómur tín er feldur, og tú mást taka við!

Páll (fast).
Eg havi heldur ikki ætlað at bera meg undan. Trúgva tit, at tit soleiðis kunnu beina Páll burtur við alla? Nei, hann gongur aftur, andi Páls, hin hugsjónarríki upp- reistrarandin, sum ikki kann lúta fyri nøkrum yvirvaldi.

Løgrættumenn teska sínámillum. Fútin vendir sær móti soldátunum, teir stíga fram og leggja handjørn á Páll. Sigga fjalir andlit sítt í lógvunum. Kirkjuklokkan fer aftur at ringja. Meðan fellur tjaldið.

 

To top

Viðmerkingar

Louis Zachariassen, sum skrivaði leikin, varð borin í heim í 1890 á Kirkju í Fugloy. Hann vaks upp í einum mentaðum skúlaheimi og gjørdist gjøgnum faðirin, ið var íðin føringafelagslimur, kendur við tjóðskaparrørsluna og hugtikin av henni.

Í 1908 fór hann á Føroya Læraraskúla og tók prógv haðani í 1911.

Í 1913 varð hann settur í lærarastarv í Kirkjubøar sókn, men luttøka hansara í málstríðnum, sum júst í hesum døgum var í hæddini, gjørdi, at hann fór úr starvi.

Í 1915 leitaði hann sær á háskúlaskeið í Danmark, fór í 1917 á studentaskúlaskeið, tók studentsprógv í 1918 og tók so upp lestur á Polyteknisk Læreanstalt, haðan hann tók verkfrøðingsprógv í elektronikki 1923.

Í 1925 kom hann í starv á Telefonverki Føroya Løgtings, í 1936 gjørdist hann stjóri og røkti hetta starv til 1952.

Louis var samfelagshugaður maður; hann luttók í politikki sum blaðstjóri á Tingakrossi 1943 - 48, sum tingmaður umboðandi Sjálvstýrisflokkin 1940-43 og 1946 - 50 og sum landsstýrismaður 1948 - 50.

Um tað mundið, Havnar Ungmannafelag sovnaði og reis aftur í ungmannafelagnum “Varðanum”, var Louis nýklaktur lærari, og skrivandi maður, sum hann var, læt hann “Smáskriftum Varðans” tilfar. Søga hansara “Sóttin svarta” er prentað í smáskriftahefti nr. 8, 1916 og nr. 9, 1917.

Hann skrivaði aðrar stuttsøgur, sjónleikin “Páll fanga”, bygdur á søgnina um mikladalsdreingin, sum í 1657 verður dømdur fyri gandakynstur og sendur niður á Bremerhólm at arbeiða í jarni, og  eisini skaldsøguna “Abbastovu”. Skaldsøgan kom ikki út samlað fyrr enn í 1978, mong ár eftir deyða høvundans, men hevði staðið í fimm brotum í jólablaðnum “Følvi” árini frá 1955 til 1959.

Louis var eisini yrkjari, ið bæði yrkti føðilandssangir, minnisyrkingar og sálmar. Eftir hann er eitt yrkingasavn “Á leiðini” (1951).

Louis Zachariassen doyði í 1960.

Louis kendi sjálvsagt søgnina um Páll fanga úr verki Jakob Jakobsens: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.Søgnin er her endurgivin við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Páll fangi

Jóanis bóndi á Sunnanágarði í Mikladali (í Kalsoy) átti tveir synir. Hin yngri, Magnus, var hugagóður maður til arbeiðis og giftist til Trøllanes; hin eldri, Páll, var bæði sterkur og stimaligur, men tímdi lítið og einki at gera og lá oftast burturi og sveimaði. Ógvuliga kaldligt var ímillum Páls og pápa hansara, og hin gamli ráddi tí av, at yngri sonurin skuldi eiga garðin eftir seg. Páll fekk frænir av hesum. So hendi tað eitt árið, at pápin fall í eina sjúku og doyði. Tað kom upp við tað sama, at Páll hevði dripið hann; ein arbeiðskona, sum Páll hevði lagt ást saman við fyrr, men sum hann nú ikki skoytti um longur, hevði lagt hatur á hann fyri hetta, vildi hevna seg og førdi út í orð, at Páll hevði latið eitur út í drekka til pápa sín og dripið hann. Harafturat hevði hann havst við gandakunstir. Eitt brúdleyp hevði tá fyri stuttum verið, hvar Páll hevði fingið væl upp í høvdið; har varð tosað um kríggj, og mongum tókti tað nógv fyri at fara at drepa fólk, men Páll segði, at tað hevði sær einki tókt fyri. Eisini skuldi hann hava sagt, at tann var verðugur at fáa eitt kvíguvirði, sum segði frá deyða pápa hansara, og hesi orð hansara vóru høvd á lofti leingi aftaná. Mong hildu tó, at Páll var sakleysur: hann hevði verið til handils í Havn og keypt rottukrút til at drepa ravnar við, og so hevði tað borist á, at krútið var tikið fyri kryddarí og latið út í súpan til pápan av misgáu. Tað frættist skjótt til Havnar, hvat henda arbeiðskona hevði sagt, og Páll varð tikin, førdur til Havnar og settur í myrkastovu. Men hann breyt seg út á nátt, gekk norður eftir Streymoynni til Sunds og tók sær bát haðan yvir um í Eysturoynna. Har dró hann bátin upp og tók so leiðina til Leirvíkar, hvar hann tók sær annan bát yvir um til Blankskála í Kalsoynni. Blankskálamenn funnu bátin drignan upp á Neystafløtunum, har sum klettur er uppfyri. Hetta var onnur náttin eftir tað, at Páll var rýmdur. Í bátarnar, sum hann hevði tikið og síðan drigið upp, hevði hann rist merki P.F.M., og tað løgdu fólk út fyri at vera: Poul, fangen mand. Síðan hevur hann verið rópaður Páll fangi.

Tað frættist skjótt, at Páll var í Kalsoynni, og øvrigheitin sendi boð norður, at hvør, sum gav Pálli innivist ella hjálpti honum á annan hátt, skuldi verða dømdur í stórar bøtur. Menn vóru settir út við tað sama til at fanga hann, og tað lukkaðist teimum. Hann varð tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan. Tá var tað, at hann fyri at bjarga lívi sínum beyð sær til at vilja lesa seg í línu upp fyri fjallið Borgarin (á norðurendanum á Kalsoynni), trý hundrað favnar í hædd. Men tað varð honum noktað, tí hann var hildin førur fyri at gera tað, sum var øllum øðrum ómøguligt. So breyt hann seg út aðra ferð, varð fingin uppaftur og settur fastur í jarn, men sleit leinkjuna og breyt seg út triðju ferð. Hann tók leiðina norður eftir Streymoynni til Hósvíkar, tók sær bát haðan yvirum í Eysturoynna og dró bátin upp á Sandaleiti (sandoddi millum Oyra og Selatraðar). Haðan tók hann, sum fyrstu ferð, leiðina til Leirvíkar, tók sær uppaftur bát har og fór yvir um í Kalsoynna. So flýddi hann norður í Nesskorarnar (skorarnar vestan fyri Trøllanes). Har vísist enn »Páls loft«, eitt stórt hol inn undir ein klett, hvar hann skuldi halda til ta tíð, hann livdi í Nesskorunum. Um næturnar gekk hann so heim í Mikladalsbygd, breyt inn í hjallarnar og stjól seyðakrov. Náttina eftir tað, at hann var komin í henda skortin (Páls loft), breyt hann hjallin hjá bróður sínum, bóndanum á Sunnanágarði, og setti navn sítt á eina rim, sum hann hevði brotið burturúr, at bróðirin skuldi vita av honum. Søgn er, at bróðirin læt lykilin standa í hjallinum um næturnar, so hann skuldi sleppa inn. Einaferð kom skansabáturin norður at leita eftir honum; teir róðu runt um Kalsoynna og komu so nær loftinum, har sum Páll sat, at hann, sum hann bar upp á mál seinni, kundi hava sorað bátin við gróti; men tað vildi hann ikki gera, segði hann, tí bátmenninir vóru rættiligir menn og høvdu einki ilt gjørt honum. Nýggjársaftan, meðan hann sat í holi sínum og kókaði sær kjøt - pott hevði hann stolið sær eisini - kom eitt trøll inn og stoytti honum pottin í eldin. Hann bardist við tað leingi og fekk rent tað út fyri bergið. Plássið, har sum trøllið fór útav, rópast enn “á Smellinum” av tí smelli, sum trøllið tá fekk. Einaferð stóð eitt brúdleyp í Mikladali. Um náttina - hetta var um vetrartíð - hevði Páll sníkt seg heim í bygdina til brúdleypshúsið og lagt seg í slys uppi á mønuni. Sum hann lá og lurtaði við ljóaran, hoyrdi hann nakrar menn tosa har inni um, at tað var tó ein roynd at fara at leita eftir Pálli í Nesskorunum; tí har mundi hann vera. Eftir hetta rýmdi hann úr skorunum og flýddi í “heimara fjall”, annað fjallið sunnan fyri Mikladal. Í heimara fjalli bar væl til hjá honum at krógva seg - har eru stórar urðar og nógv glopur niður ímillum urðargrótið, og har var hann allan veturin í friði. “Norðoyapáls vetur” er tiltikin um allar Føroyar fyri at hava verið mildur; summi siga, at tað følvaði ikki allan veturin ígjøgnum; summi siga, at tað kavaði ikki meira enn eina ferð í bakka. Tá ið tað váraði og aftur var farið at leita eftir honum, tók hann sær eitt kvøldið bát av Blankskála yvir um Kalsoyarfjørð til Fiskimølar (sunnan fyri Haraldssund eystantil á Kunoynni; har hava altíð neyst staðið). Haðan gekk hann til Haraldssunds, tí ætlanin var at hitta Rasmus Magnusson, bóndan har, ið tá var sum høvdingur í Norðuroyggjum og góður í treytum hjá Pálli at heita á, tí gamal vinskapur var teirra millum. Tað var nakað tíðliga á náttini, at Páll kom, so tey vóru ikki niðurfarin enn í Haraldssundi, men hirdu beint tá drílarnar. Rasmus segði nú við Páll, at hýsa honum tað tordi hann ikki: hann átti so nógv húsfólk, og tey vóru so slafsut; men hann skuldi geva honum ein góðan bát og hvat ið honum nýttist av mati og drekka: fisk og dríl, nøkur skerpikrov og ein vatnkagga. Hetta gjørdi hann í stundini. Páll helt so til havs og ætlaði sær til Noregs ella Hetlands; men hann var ikki komin hálvan vegin, tá brast á óveður. Einki batti hjá honum at rógva; hann rak inn aftur undir Føroyalandið, undir Borðoynna og kom inn á Árnfjarðarvík. Sama dagin var bóndin í Gerðum, Hanus, burturi í haga til at hyggja eftir seyði; hann sá ein bát liggja inni undir Barmi (syðst í Gerðahaganum) og ein mann liggja fram á árarnar og sova. Hann helt seg kenna Páll fanga, skundaði sær heim til hús og mannaði sum skjótast bát, eitt seksmannafar, til at fara eftir honum og taka hann. Men av áraskramlinum, ið gerðamenninir gjørdu, vaknaði Páll og tók at rógva undan av øllum alvi sínum. Úrmælingur var hann at rógva, og leingi stóð javnt ímillum báðar bátarnar, tí summir gerðamenninir róðu treyðir. Tá tók Hanus mastrina, sum lá niðri, gekk fram í bátin, hóttaði við henni og segði, at, róðu teir nú ikki so hart, sum teir orkaðu, so sló hann teir við mastrini; tað var ov stór skomm, at ein maður skuldi kunna rógva undan seks. Tá fór at líða skjótari hjá teimum, og teir komu so nær, at Hanus fekk sligið Páll við mastrini á armin uppi við økslina so dygt, at armurin gekk úr liði. So tók Hanus ein sóknarkrók og høgdi ímillum herðarnar á Pálli, so har varð eitt stórt og djúpt sár. Tá skar Páll í róp og bað Gud løna honum hetta høggið aftur. Hann var nú tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan fjórðu ferð. Sár hansara varð grøtt, men ongantíð kom hann at vera sami maður aftur til heilsu, sum hann hevði verið fyrr. Hvussu honum fórst síðani: um hann breyt seg útaftur ella varð niðursendur at útstanda sín dóm, harum er einki frætt. Men úr Føroyum fór hann og kom ongantíð aftur higar at búgva.

Ein dagin, tá ið mong ár vóru umliðin, kom eitt útlendskt loynikeypskip inn norðuri í Vági. Tað hevði hvørvisteinar sum annað at selja. Hanus í Gerðum, sum tá var sýslumaður har norðuri, fór um borð til at keypa sær ein hvørvistein. Men sum hann stendur niðri í lastini, tveitir við hvørvisteinunum og rekur teir aftur - hann fann ongan, sum dámaði honum, og altíð skuldi hann nú ráða, har sum hann var - so kemur ein stórur maður til, trívur í økslina á honum og biður hann skunda sær at velja sín hvørvistein, tí her hevur hann einki ráð: “hetta skal ikki vera sum at sláa armin av Páll fanga.” Tá kom ferð á Hanus. Men tað hevur altíð síðan verið hildið, at hesin stóri maður var Páll fangi sjálvur. Og eftir hetta er eingin frásøgn um hann. Men Hanus í Gerðum fekk ein ógrøðiligan svull í lærið. Hann fór niður til Keypmannahavnar eina ferð “upp á landsins besta”, sum tað nevnist, til at royna at fáa betri prís upp á handilspørini - men helst var tað fyri lær sítt, hildu fólk. Tá ið hann kom aftur, kom alt at vera hvaðna verri enn fyrr, tí tá fór eitt skinn av hvørjum pari, og eitt ørindi var yrkt um hann:

Hanus við sínum rotna læri,

hann fekk skinn av hvørjum pari.

Hann doyði av hesum lærsvullinum, og soleiðis gekk tann bønin út, søgdu fólk, sum Páll hevði biðið til Gud: at tað mátti vera Hanusi afturlønt, tað høggið, ið hann gav honum við sóknarkrókinum.

Til er eisini onnur søgn um Páll. Hon stendur prentað í bókini hjá Andreasi Weihe: “Søga og søgn”, 1933:

Páll fangi og Jákup Urni

“Eitt gamalt orðatak livir enn frá teirri tíð, tá ið Páll fangi livdi. Longu tá hevur tað ivaleyst verið gamalt.

Meðan Páll sat fastur í Havn, hevði ein, ið nevndist Jákup Urni til arbeiðis at passa upp teir fastsettu. Strong vóru korini fyri ein slíkan fangapassara. Søgn er, at hann, ið av gáaloysi læt ein fanga sleppa burtur, skuldi verða lívleysur.

Einaferð, ið Jákup Urni kom inn við mati til Páls, tók Páll nakað av matinum og koyrdi tað í fikku sína, og síðani tók hann við allari megi Jákup niður á báðar akslar, so Jákup small í gólvið.

Síðani tók Páll til dyrs og niðan í hagan.

So skjótt sum Jákup kom aftur fyri seg, skundaði hann sær at siga frá, hvussu vorðið var; hann tók tá til orða: „Betri er lív at tróta enn leistrar."

Maður fór tá av húsi at leita eftir Páli, sum nú var komin nakað niðan í hagan. Havnarbóndin beitti hundin eftir honum, tí í kapprenningini sýntist at dragna millum havnarmenn og Pál. Tá ið hundurin var komin tætt til Páls, tveitti Páll honum nakað av tí mati, hann hevði stungið til sín áður. Hundurin legðist at gnaga, og Páll kom undan í hesi syfti.

Aðra ferð fekk bóndin beitt hund sín eftir Páli. Men Páll fekk hundin frá sær á sama hátt og slapp soleiðis hesa ferð bæði frá hundinum og havnarmonnum.”

Jakob Jakobsen (1864-1918) hevur í verkinum “Færøske folkesagn og æventyr” viðgjørt søgnina, og á s. 492-494 setir hann serliga høvuðspersónin í søguligt ljós. Hetta ger hann serliga við tingbókunum sum keldu og eisini grein N. Andersens “Paul Fange. En færøsk Retssag” í tíðarritinum “Museum” 1893, II.

Páll fangi skrivast í tingbókini Poffuell Johannisøn, og hann verður nevndur í tingviðgerðum 31. juli 1655, og 17. mars, 30. august, 17. septembur 1656.

Stutt kann hetta verða sagt um málið: Páll og Sigga Torbergsdóttir koma fyri barn, men giftast ikki. Pápi Páll doyr brádliga, og søgur fara at ganga um, at Páll hevur forkomið honum við gandakynstri. Illgrunin verður stuðlaður av, at faðir Páls skal hava ætlað yngra soninum, Magnusi, garðin og at Páll í tí sambandi skal hava borið fram hóttanir.

Páll stevnir Siggu inn fyri vártingið í Vági í Klaksvík, tí hann heldur hana hava loypt hesar skuldsetingar út í orð. Vártingið ger av at kanna málið gjølligari. Páll skal ímeðan sita í myrkustovu í Havn. Haðani brýtur hann út tríggjar ferðir og livir eitt skifti sum friðleysur uppi millum fjøll í Kalsoynni. Hesa tíðina stjelur hann mat, klædnapløgg, bátar og roynir at enda at flýggja av landi.

Dómsviðgerðin byrjar 9. juni 1657, og Páll verður frídømdur í málinum um at hava forkomið pápa sínum. Hinvegin verður hann dømdur fyri tríggjar ferðir at hava brotið seg út úr kongsins fongsli, fyri stuldur og fyri hóttanir. Umframt verður hann dømdur fyri at hava fingist við gandakynstur.

Páll verður dømdur útlagin, hann missir tað, sum hann eigur, og hann skal sendast til Keypmannahavnar at arbeiða á Bremarhólmi, sum upprunaliga var ein herskipasmiðja, sum var grundað í 1510.

Poul Niclasen (1889-1953) hevur eisini viðgjørt hetta evnið. Hann endurgevur søgnina og ber saman við tingviðgerðina. Greinin stendur á síðunum 146-158 í bók hansara “Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara”, Egið forlag 1948.

Hann, ið gjølligast hevur viðgjørt søgnina, er Eyðun Andreasen, professari. Tað ger hann í  bókini “Úr søgn og søgu”, sum Føroya skúlabókagrunnur gav út í 1986. Bókin er skipað í tríggjar høvuðsdeildir, og mittasti parturin (s. 85-119) nevnist “Søga og søgn. Meting um kelduvirði lýst við søgnini um Páll fanga sum dømi”.

*

Sjónleikurin er prentaður fyrstu ferð í 1926, og á tittulblaðnum stendur: “Faðir mínum, S.M. Zachariasen, veri henda bók vígd”. Aðru ferð verður leikurin so prentaður í 1978 í bókini “Sóttin svarta”, sum hevur undirheitið “Søgur og sjónleikurin PÁLL FANGI”. Bókagarður gav út.

Fyrstur at ummæla leikin var Rasmus Rasmussen – í FF-blaðnum nr. 31, 1926:

“Vit kenna øll í Føroyum søgnina um Páll fanga. Tað er henda søgn, ið Louis Zachariassen hevur tikið sær til yrkisevni, og tað hevur eydnast honum at skapa ein góðan sjónleik burtur úr tí, ein sjónleik, sum tað kann vera ein virðislig uppgáva at fáa fram á leikpallin í hinum nýggja sjónleikarhúsinum, sum nú er bygt í Havnini.

Tað kann vera, at sjálvur kjarnin í sjónleikinum, ástarleikurin millum Páls og Siggu, ikki er nóg sterkur og valdandi yvir øllum framíhjáevnum. Tað kann vera, at sjónleikurin meira tekur lit av hinum dulda, hálvt trølsliga, hálvt frælslynta í skaplyndi Páls enn av øllum teim sterku kenslum, sum áttu at eykast av brennandi ástartokka og sviknum kærleika, men tað nervar ikki tann sannleika, at leikurin hevur væl tilrættislagdar partar, sum eru skaptir fyri leikpallin og vilja virka hugfangandi har, t.d. dysturin millum Páls og faðir hans í roykstovuni á Sunnanágarði í Mikladali, á sama hátt hin trølski leikur í sama stað millum Páls og gandakellingina. Serliga hugfangandi vil samankoma Páls við Rasmus í Haraldssundi og konu hans á hini stillu náttarstundini virka. Har hvílir eitt álvarsemi og eitt yndi yvir leikinum, sum aldri vil svíkja, um leikurin verður leiktur.

Yrkjarin hevur so trúliga sum gjørligt hildið seg til søgnina, og málið er yvirhøvur findarríkt og gott.”

Onnur umrøða stendur í greinini “Føroyskir sjónleikir”, í Føroya Sosialdemokrati 24. juli 1928. Richard Long hevur skrivað.

“Sjónleikaskald hava ikki verið mong í Føroyum. Umframt sjónleikirnar eftir R.C.Effersøe, sum enn verða framførdir víða um í oyggjunum, hava vit ikki stórt fleir enn “Vár” (eftir Símun av Skarði), “Jákup á Møn” (eftir Sigrid Niclasen) og “Ófriðarligar tíðir” (eftir C.Holm Isaksen).

Tað skaldskaparliga virði í hesum sjónleikum er ójavnt; mesta dygd teirra hevur verið, at teir hava vant fólkið til at kenna føroyskt mál sum okkara mál fram um onnur og skapa virðing fyri siðmenning á heimligum botni.

Er tað tí ikki løgið, at flest allir føroyskir sjónleikir taka evni sítt úr søguni. Soleiðis er eisini við teim tveimum seinastu sjónleikum okkara, “Páll fanga” eftir Louis Zachariasen og “Høvdingar hittast” eftir Regin í Líð.

Hin merkiligi, kraftmikli og kortini sveimandi Páll fangi er væl ein sjónleik verdur. Kortini má tað vera sagt, at ikki hevur tað eydnast Louis Zachariasen at gera persónin livandi, ei heldur so stórtiknan, sum søgnin letur ein gruna.

Tað er, eins og hann ikki hevur havt dirvi til at broyta søgnina ella yrkja víðari burtur úr henni, og kenst sjónleikurin tí nakað stirvin. Fremst av øllum saknar hann “dramatiska spenning”. Men hann hevur eina dygd, ið fyri føroyingar má lyfta hann upp um so mangt annað, ið prentað verður her á landi: eitt findargott og náttúrligt mál, og er tað væl hugsandi at um hann verður framførdur av leikarum, ið hava ans fyri góðum, vil hann kunna hugtaka fólki við tí ekta heimliga tóna, ið liggur undir orðunum. Seinasti partur er nógv hin veikasti, og av hvussu áskoðarunum fer at falla hann, verður óivað dómurin um sjónleikin manna millum feldur.” 

Tað eru prógv fyri, at høvundurin hevur lurtað eftir hesum atfinningum,  tí tá ið leikurin varð framførdur fyrstu ferð – í Havn á ólavsøku í 1929 – hevði høvundurin broytt endan nakað (broytingin er tó ikki komin við í seinnu útgávuna, 1978).

Hetta kemur fram í brøvum, sum Louis Zachariasen hevur skrivað gentu síni Kristinu (Ninu), f. Hentze (1904-1992) úr Koytu á Sandi.

Bræv 9/6-1929:

”Nú skulu tey fara at spæla ”Páll fanga” á ólavsøku. Eg komi til at hava nakað nógv at gera, tí eg skal ordna við uppstillingini av stykkinum. Fjórða part skal eg broyta nakað nógv, tí hann er so torførur at spæla, sum hann er. Hinir partarnir skulu vera, sum teir eru. Eg havi tonkt mær ein plán, men eg havi einki skrivað enn. Eg kann líka so væl fara undir tað í kvøld, tí gongd skal fáast á stykkið nú í vikuni. Ein virksamur maður sært tú: eg skal arbeiða á telefonstøðini, eg skal vera seneinstruktør, eg skal byggja hús, og so skal eg giftast.”

Bræv 12/6-1929:

”Hetta verða bert nøkur orð í kvøld, tí eg siti og havi nógv at gera við at skriva nakað um á Páll fanga sum skal spælast á ólavsøku, og í annaðkvøld skulu tey koma saman at royna spælið fyrstu ferð.”

Bræv 26/6-1929:

”Í kvøld hava vit øvað ”Páll fanga”; eg veit ikki enn, hvussu tað fer at ganga, men eg vænti, at tað fer at ganga toluliga.”

Til er í hvussu so er eitt ummæli av hesi framførslu. Tað stóð í “Tingakrossi” 4. september 1929 og nevnist  “Páll fangi – søgan og sjónleikurin”. Skrivingarlagið kundi bent á, at William Heinesen hevur skrivað tað.

“Mikladalsmaðurin Páll fangi hevur allar dagar átt eitt serstakt pláss í fólkasøguni lið um lið við Snæbjørn og tílík reystmenni, sum ikki vildu geva seg undir lóg og dóm, men settu hart móti hørðum og løgdust í bjørgini heldur enn at lúta fyri embætismonnunum. Henda mótstøða teirra átti djúpan samhug hjá føroyingum; “fáur harmaði fútadeyða” og hinir valdsharrarnir vóru júst ikki elskaðir heldur. Í fólksins umdømi vóru hesir ofta mettir verri brotsmenn enn teir, ið dømdir vóru, og hvørs harða lagna elvdi fólki at tykjast synd í teimum.

Hin ónda lagnan, ið forkom Pálli, var sum so mangan bæði fyrr og seinni eitt konufólk. Arbeiðskonan Sigga og hann høvdu lagt ástir saman, hon bleiv við barn, og fyrsti dómurin, ið feldur verður yvir hann, er fyri “leiermaal” t.v.s. samlegu uttan ektaskap “med pigen Sigge Torbergsdatter”. Sum ríkbóndasonur loyvdist honum at keypa seg leysan frá straffinum, men tá tað er komið til einkis teirra millum, hevnir hon seg við at føra út í orð, at Páll hevði dripið pápa sín við eitri og havst við gandakunstir. Slíkt vildi Páll ikki lata sita á sær, hann stevndi Siggu og kemur so sjálvur í klørnar á “rættinum”, verður settur fastur, brýtur seg út tvær reisur og byrjar nú hitt friðleysa ævintýrlívið, sum við góðari grund hevur gjørt hann tiltiknan í fólkasøguni gjøgnum hálvatriðju øld.

At gera sjónleik um Páll fanga og ævisøgu hans er ein torfør uppgáva. Maðurin sjálvur er ikki greiður; hesin stórbæri bóndasonurin við risakreftunum og tí óstýrliga sinninum tykist sjáldan at vita, hvat hann vil; hann støðast ikki heima, heftist ikki við nakað arbeiði, reikar um oyggjarnar og er ofta at hitta í drekkjulag suðuri í Havn. Ein letingur og ein óflýggjakroppur, um ein kann trúgva rættarsøguni, ein stórorðaður “fantastur”, ið droymir um at vinna sær dulda megi, ein føroyskur “Per Gynt” kanska. Men Páll í Mikladali átti onga “Sólveig”, sum trúliga bíðar eftir sínum svikafulla dreingi “hele livsdagen lang”. Sigga Torbergsdóttir er hat og hevndarhugur, har hin norska er óendaligur fyrigevandi kærleiki. Men henda er eisini fostrað í skaldahugsjónum!

Sum atvoldin í allari vanlukku Páls verður Sigga miðstøðan í hansara tilveru, og tað kundi tí tykst sjálvsagt, at sjónleikurin fyri ein stóran part fór at snúgva seg um tey bæði. Her er ivaleyst av skaldsligum tilfari at gera burturúr. Men tað er lítið, mest sum einki nýtt.

Í staðin fyri at geva hugsjónum sínum so leysar teymar, sum hitt søguliga grundarlagið loyvir, og skapa livandi menniskju eftir sínum egna tykki, hevur skaldið ført sjónleikin fram í myndum, sera vakrar summar og summar skemtiligar, men yvirhøvur eisini sera blóðleysar. Av reystkempuni Páll á Sunnanágarði er vorðin ein argur og ólátaður skræðugákur uttan kropsliga megi, sum gevur spekt fyri manninum, og síðani fellur hann heilt í fátt; Sigga, hin ástarheita og svikna, hatafulla og hevnandi kvinnan er siðað og blúgv og friðarlig. Uttanumsfólkini: faðir Páls, Rasmus í Haraldssundi t.d. eiga nógv meir av holdi og blóði í sær, og hin besti parturin í sjónleikinum er óivað hin minst søguligi, tann nýgjørdi, sum nú endar leikin.

Við tí tilfari, vit eiga í søguni, er tað natúrligt, at slík evni verða nýtt til sjónleikir, men vert kann vera at hugsa um, antin hesar hendingaleysu roykstovu”idyllirnar”, vit hava sæð, líka síðan fyrsti sjónleikurin varð spældur, ikki hóska best á forngripagoymsluni. Vit liva í eini “films-tíð”, har eygu og sinn eru von við sterkar hendingar, lív og spenning, og nakað av tí sama má føroyskur sjónleikur – tá hann ikki er bert skemtispæl – eisini bera fólki, um hann ikki heilt skal trokast burt av tí “hvíta løriftinum”.  

Leikurin var spældur í Kvívík í 1933 og í Klaksvík í februar í 1945. Frá hesari framførslu frætta vit í gerðabók Klaksvíkar Sjónleikarfelags. Uttan iva er tað John Reid Bjartalíð, ið skrivar:

“Sjónleikurin Páll fangi var spældur í fimm kvøld, tað fyrsta kvøldið var fyri børnum. Tað er her beint at merkja við, at hesin sjónleikur var sjaldan væl spældur. Besti leikari var Zachariassen, ið spældi Rasmus bóndi í Haraldssundi; men tað, sum gjørdi, at hann eydnaðist so hendinga væl, var, at einki av teim leikandi sveik, men vóru øll sum ein væl skipað heild. Og ein ting aftrat, sum er mikið týðandi: munandi var bøtt og hampað um leikpallin, og ikki minst tær vøkru myndirnar, sum Poul Arni Poulsen, kunstmálari, Tvøroyri, hevði gjørt. Myndin av Nólsoy og myndin norður gjøgnum Haraldssund gjørdu eydnu – serliga tann seinna hugtók og dró áskoðararnar heilt inn í sjálvan sjónleikin. Valla hevur so hugnalig og vøkur løta verið undir sjónleiki í Klaksvík sum tann, tá Rasmus gekk droymandi og slotandi um gólvið bíðandi eftir Pálli. Máti Rasmusar at vera uppá bæði í talu og veru hesa løtu fór sum hin lunasti hjartaylur gjøgnum fólkið, men prikkurin yvir i-ið varð settur, tá ið Rasmus spakuliga tók lúkuna frá, og við eitt sá mann norður gjøgnum Haraldssund, - tað var sum vakurleiki rúmdarinnar dró øll til sín, og júst sum mann í síni droymandi hugsan var drigin inn í tað endaleysa vakra, sást Páll koma gangandi eftir bakkanum við vápni í hendi og sum tann útlegumaður, sum hann var. Aftur var mann vakin, og við miklum áhuga lýddi mann á móttøkuna, sum Páll fekk frá Rasmusi – og sera áhugavert var at hoyra Rasmusar hulisligu og djúpu rødd, meðan hann spakuliga gekk aftur og fram – og mann sá Páll koma gangandi og nærkast, og so vakurleikin – alt bar so væl í lag – ja, í hesi løtu mælti bóndin gamli: “Eg grunaði, at so mundi vera, nú kemur hann eftir bakkanum”, Rasmus nærkast at lúkuni, og tá er Páll hagar komin, teir heilsast út ígjøgnum rúmið. Ein ógloymandi løta. Rasmus, sum heilsar honum vælkomnum at vera, býður honum innar; lúkan verður sett uppfyri; tað endaleysa vakra er horvið, men inni í stovuni stákast Páll og Rasmus báðir, tað er hugnaligt at síggja og hoyra teir báðar, Rasmus við sínum góðu ráðum til Páll og býður honum bát og mat til ferðina, nú einki annað gerst hjá Pálli uttan at taka til rýmingar. Hetta var vala scena.”

Tann Zachariasen, sum sambært umrøðuni spælir Rasmus í Haraldssundi, er bróðir skaldsins, Símun Petur Zachariasen (1887-1977), sum var lærari í Klasvík.

Ivaleyst er leikurin spældur aðrastaðni við, ið hvussu er í Norðdepli/Hvannasundi millum 1950 og 1956, tá ið Tummas Lenvig (f. 1923) var lærari har.

*

Nógvir yrkjarar og høvundar hava verið hugtiknir av søgnini um henda balstýrna mikladalsdreingin.

Hans Dalsgaard (1899-1970) yrkti um Páll fanga. Tann yrkingin stóð í “Varðanum” 9. bindi, 1929, sama ár sum leikurin var sýndur á fyrsta sinni. Hon stendur eisini í savninum “Av mannagøtum”, 1966.

Um slættar strendur leika vindar.
og krappar bárur skjóta rygg –
Men eingir reystir fjallatindar
gera har mót ódn og báru trygg.

Hvør situr har á sandi eina
í hesi døpru heystarnátt,
í herðum boygdur, heilt aleina –
grætur hann? Nei – hoyr hann kvøður hátt:

Sárt munu svíða
harmasár,
renna so stríða
blóðig tár.
Aldri kann aftur tað bøtast,
eg breyt móti Gudi og tær,
ei skulu aftur vit møtast –
Eitrandi skonktist hon mær
skálin, ið eg mátti troyta.

Tungt má tað sannast –
Harrin beyð:
landið ei kannast
við ljóma reyð
honum, ið heimið ræð svíkja.

Svikin av mær eru øll –
ei kann í heimi eg ríkja!
Takið meg drekar og trøll!
Himin er stongdur og læstur.

Vænasta fljóðið!
alt fyri teg
køldi eg blóðið.
Fjaldu tá seg
einglar í faldi Mariu.
Settist á dómarastól
Harrin, og dømdi mær niðu
um ævir, har Helhanin gól. –
Alt uttan tað kann eg troyta.

Faðir! her situr
sonur tín,
ei liva gitur.
Maria fín!
signað av Gudi og monnum!
Útrunnið sáttmálarblóð!
var tað til sáttar av sonnum
tú yvir grøvina stóð –
hví skal eg eina tá søkka?

Føðilands oyggjar,
Føroyaland!
Vondveitra moyggjar
ristu gand.
Ei skal eg aftur teg fevna
– kátt skemtar gripur við ravn –
onnur er leið, eg skal stevna:
Taki meg havið í favn
ókravdan, sekan og boygdan.

– – –

Um vreiðar bárur ýla vindar
við deyðans dulda syrgilag:
Boyggið tykkum fjallatindar,
komið er til ytsta dag.

Fjallasynir, døtur lýðið,
hvør og ein, ið hoyra vil:
Alskhugssvikið, feðgastríðið
illan enda førir til.

Um 1935 yrkti Christian Matras henda kringin við fimm yrkingum, sum tó ikki eru prentaðar fyrr enn í savninum “Á hellu eg stóð”, 1972. Undir yvirskriftini “Páll fangi” stendur: Úr ólidnum yrkingabólki:

I

DREYMUR UM ÓFINGIÐ FLJÓÐ

Dreymur um ófingið fljóð
ger drongin einsligan heima.
Hann fer í hagan sum seyður um vár
og legst í røkur at sveima.

Hon leggur gull um haga og grót
sum sólin á summardegi,
og heimurin fær ikki hýst øllum tí,
sum sprettur av sorg hans og gleði.

Hann sær har heima tey dreivaðu fólk,
tey bundnu í gerandislívi.
Heim og himin hann kennir sum eitt
í dreymi um ófingna vívið.

II

ÁÐUR SAT EG Á SJÓVARRÓK

Áður sat eg á sjóvarrók,
brimið niðan undir meg tók.
gloymdi burt alt á bakkanum var,
sjógvurin leikaði bert fyri mær.

Síðani komu unglingaár
við dreymi ið var sum hitt sæla vár,
tá legðist ein farri um svørð og stein,
eg var sjálvur annar, ongantíð ein.

Eg kendi sum gras, sum fløðandi sjógv,
í øllum, sum fjálgan av gamlari krógv,
tað var, sum gróðurin í mær stóð
og gekk sum gandur ígjøgnum mítt blóð.

Tá var tað mest hagin, ið hýsti mær,
eg gjørdi mær ørindi niðan um garð,
har vóv mær dreymurin hulduskón
yvir alla oynna í fagrari vón.

III

EG VÁLKAÐI MÆR Í GANDI

Eg válkaði mær í gandi,
kroysti magnið úr romum orðum.
Eg vildi bróta til mergjar
at royna trúnna úr forðum.
Mær var tá eftir lagnan ber,
hon gjørdi, eg útlagin endaði her.

IV

RÓGV NÚ, RÓGV NÚ, PÁLL FANGI!

Rógv nú, rógv nú, Páll fangi
út um bárur og streymakrak,
losna, losna frá landinum
og vinn títt lív við eitt ódnartak!

Rógv nú, rógv nú, Páll fangi,
rógv út um oyggjar á myrkari nátt!
Aldri ráddi tær meira um
at líta á megi og egnan mátt.

Rógv nú, rógv nú, Páll fangi,
legg tína leið í ókunnug lond!
Nú rørt tú av tær títt farna lív,
so tað veðrast burtur sum mjørkarond.

- - -

Hann rør sín bát í gjálvutum sjógv
í náttarsorta í hav.
Lívsvónin var tað, sum koyrdi á,
so hann linkaði ikki og svav.

V

HVÍ RÍNUR NÚ SO NÓGV VIÐ MEG?

Hví rínur nú so nógv við meg
hvør barmur og hvør hvilvt?
Og bøurin á bakkatrom
hví mælir hann so milt?

Hví hoyrdi eg sum lækjuljóð
og run ímóti strond,
tá møðin rann á kroppin mín
og mína hørðu hond?

Og kendi tev av vøkstri tá,
sum veksur millum eyr
og lekur enn í huga mær
sum mjúkligt summarfleyr?

Og morgunsól í skorunum,
tá ótti vilti blóð,
hví lýsir hon í huga nú
hjá mær í villum sjó?

Ónyttufarm at hava við,
nú neyðin nívir á
- hvørt stigið spor í glæmu gylt,
alt tað eg flýddi frá!

Í bók síni “Eitt sindur um Kalsoynna og nakrar sagnir knýttar at henni”, 1976 endursigur Marius Johannesen á síðunum 59-65 søgnina og skipar hana í sjey partar:

Páll og faðir hansara.
Páll verður tikin.
Páll í Nesskorum.
Norðoyapáls vetur.
Páll og Rasmus í Haraldssundi.
Hanus bóndi í Gerðum og Páll fangi.
Hanus við sínum rotna læri.

Hann hevur eisini fingið listakonuna Elinborg Lützen at gera fýra linoleumskurðir at myndprýða tekstin við.

Henrieth Pedersen, f. 1925 hevur  á donskum skrivað skaldsøgu um henda sagnarpersónin: “Poul Fange”, Forlaget Tommeliden 1995. Frede Fabek teknaði forsíðu og myndir inni í bókini.

Hon, ið skrivar bókina, greiðir í inngangi og útgangi frá, at hon í 1993 gerst arbeiðsleys, tí føroyska samfelagið fer á heysin, og tá setur hon sær fyri at skriva skaldsøgu um hesa søgnina, hon hevur hoyrt sum barn. Hon er liðug at skriva á heysti í 1994.

Lítið verður gjørt burtur úr viðurskiftunum millum Páls og Siggu Torbergsdóttur, og lítið verður komið inn á gandakynstrið, sum Páll fremur. Harafturímóti verður nógv gjørt burtur úr tíðini, Páll er í fangahúsi, og her verður Niclas Urni, fangavørður, ið als ikki er nevndur í høvuðssøgnini, ein høvuðspersónur. Nógv verður eisini gjørt burtur úr útlegdarárinum uppi millum fjalla í Kalsoynni og serliga nógv burtur úr royndini at flýggja við báti til Hetlands.

Henrieth Pedersen spinnur eisini í ein ævintýrkendan enda, har Páll á fjórða sinni sleppur úr fongslinum – og nú hjálpir Magnus, yngri bróður hansara honum – hann flýggjar hesa ferð til Vestmanna, har ið hann hittir eina fitta gentu, Gunnhild, og saman sleppa tey til rýmingar við einum trímastraðum skipi, sum liggur undir landi.

Oddvør Johansen, f. 1941 hevur skrivað eina frískliga barnabók við søgnini sum grundarlagi: “Páll fangi”, Bókadeild Føroya lærarafelags gav út í 2013. Edward Fuglø hevur myndprýtt. Bókin er ein av Krabbabókunum og tískil lesifrøðiliga viðgjørd. Hóast sagnarevnið er dapurt, so er henda bókin ljós og endar heilt øðrvísi enn søgnin, ið søgd hevur verið.

At enda skal verða nevnt, at á Landsbókasavninum liggur eitt filmshandrit (33 leys bløð), sum viðger hesa søguna (FLB E 549.19). Miguel M. Hidalgo nevnist hann, ið skrivað hevur leikritið, sum er tíðarfest til 1977. Hidalgo er spanióli, og filmsfelag hansara nevnist Hispania Films. Hans Thomsen hevur týtt handritið til føroyskt.

Hjúnini Miguel M. Hidalgo og Joana Benet  búðu í seks ár í Føroyum, frá 1972 til 1978, og tey settu av álvara filmsgerð á breddan her, við tað at tey hesi árini gjørdu tríggjar spælifilmar við føroyskum leikarum og við støði í føroyskum søgum.

Undan teimum høvdu eitt nú sviin Sten Nordenskiöld (um 1930) og Jákup Andrias Arge úr Havn (um 1960) framleitt filmar í Føroyum.

Fyrsti filmurin hjá sponsku hjúnunum er “Rannvá”, ið byggir á skaldsøguna við sama heiti eftir Dagmar Joensen-Næs. Bókin kom út í 1971, men er skrivað í 1940-unum.  Filmurin varð frumsýndur í auluni í Kommunuskúlanum á ólavsøku í 1975 og sýndur har 18 ferðir.  Elin Karbeck Mouritsen, ið longu var kend sum sjónleikari tá, spældi  høvuðsleiklutin sum Rannvá.

Hinir báðir seinnu filmarnir, “Heystblómur” og “Páll Fangi”, vóru gjørdir í ávikavist 1976 og í 1977.

“Heystblómur” er ein samtíðarsøga um ein prest, ið gerst skotin í eini 15 ára gamlari gentu.

“Páll Fangi” er filmatisering av gomlu føroysku søgnini um balstýrna mikladalsdreingin, ið gjørdi, sum honum lysti, og mátti bøta fyri tað. Hans Jacob Hermansen, Sofía Sørensen, Kári Petersen, Noomi Jul og Jens John Østerø spældu við í hesum filmi.

To top

Heimildir

Bókmentir

Andersen, N:  “Paul Fange. En færøsk Retssag”, í tíðarritinum “Museum” 1893, II.

Andreasen, Eyðun: “Úr søgn og søgu”, Føroya skúlabókagrunnur 1986.

Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981.

Dalsgaard, Hans: “Av mannagøtum”, yrkingar, H.N. Jacobsens bókahandil, 1966.

 “FF-blaðið” nr. 31, 1926.

“Følv”, jólablað, 1955.

“Følv”, jólablað, 1956.

“Følv”, jólablað, 1957.

“Følv”, jólablað, 1958.

“Følv”, jólablað, 1959.

“Føroya Socialdemokratur” 24. juli 1928.

Føroyskir fólkaskúlalærarar 1870-1997. Ritstjórnað hevur Niels Jákup Thomsen, Bókadeild Føroya Lærarafelags 1998.

Hansen, J. Símun: “Tey byggja land”, 5. partur, Húsa og Mikladals sóknir, Egið forlag 1978.

Jakobsen, Jakob: “Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.

Jakobsen, Jakob: “Sagnir og ævintýr”, fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Joensen, Einar (útg.): “Løgtings- og vártingsbókin 1655-1666”, Egið forlag 1958.

Joensen, Einar (útg.): “Tingbókin 1615-1654”, Egið forlag 1953-1956.

Johannesen, Marius: “Eitt sindur um Kalsoynna og nakrar sagnir knýttar at henni”, Grønalíð 1976.

Johansen, Oddvør: “Páll fangi”, barnabók. Bókadeild Føroya lærarafelags, 2013.

Klaksvíkar sjónleikafelag. Gerðabók.

Kvørnin nr. 14, 2011.

Líð, Regin í: “Høvdingar hittast”, sjónleikur, Egið forlag 1928.

Matras, Christian: “Á hellu eg stóð”, yrkingar, Bókagarður, 1972.

Matras, Christian: “Leikur og loynd”, yrkingar, Bókagarður, 1975.

Niclasen, Poul: “Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara”, Egið forlag 1948.

Pedersen, Henrieth: “Poul Fange”, Tommeliden 1995.

“Smáskriftir Varðans” nr. 8, 1916.

“Smáskriftir Varðans” nr. 9, 1917.

“Tingakrossur” 4. septembur 1929.

“Varðin”, 9. bind, 1929.

Weihe, Andreas: “Søga og søgn”, Egið forlag 1933, 2. útgáva: Fannir 1988.

Zachariasen, Louis: “Abbastova”, skaldsøga, Bókagarður 1978.

Zachariasen, Louis: “Á leiðini”, yrkingar, Egið forlag 1951.

Zachariasen, Louis: Brøv til Kristinu (Ninu) Hentze á Sandi 9/6, 12/6 og 26/6 – 1929. Anna Helena Danielsen (f. Zachariasen) eigur brøvini.

Zachariasen, Louis: “Páll fangi”, sjónleikur, Egið forlag 1926 (2. útgáva: Bókagarður 1978).

Zachariasen, Louis: “Sóttin svarta”, søgur og sjónleikurin “Páll fangi”, Bókagarður 1978.

 

To top

Summary

The legendary figure “Páll fangi” is to be found in historical Faroese documents from the mid seventeenth century. Páll is an unruly farmer’s son from one of the small villages in the northern islands. He also seems to have been interested in black magic which during that period was a quite dangerous occupation that could easily lead to serious punishment.

After his father’s death a maid at the farm accuses Páll of having poisoned his father, whereupon he is taken into custody in Tórshavn. Three times he runs away from the prison. But when he is recaptured the fourth time, the authorities have him sent off to a workhouse in Copenhagen.

Naturally such a person as Páll becomes the subject of many different tales that all paint a heroic picture of him. As time goes by it is clear to see how the public out of this unfortunate character has created a Faroese hero who had the courage to stand up against the oppressing foreign authorities.

The author of the play “Páll fangi”, Louis Zachariassen (1890-1960), tries to describe the person Páll, and through him the age when he lived and the society of that time with its customs and limitations, as well as presenting those who were against him and those who supported him. 

To top