Skip to main content

Tá øll vildu giftast

Peder R. Møller

Sjónleikur í tveimum pørtum

J.H.Poulsen týddi í 1925

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

 

Tey leikandi

Dánial í Ólavsstovu, ríkur bóndi

Kristina, dóttir hansara

Torvaldur, húskallur í Ólavsstovu

Karin Margretha , seymugenta

Knútur, skómakari

Maggu-Sigga, søgusmetta

Pætur á Hamri, sunnheitskommissión

Niels á Tanganum, sunnheitskommissión

 

To top

Fyrsti Partur

FYRSTI PARTUR.

1. sc.

 

Karin Margreta.
Garnering - ja, vilt tú endiliga hava garnering?

Kristina.
Ja, hvat heldur tú?

Karin Margreta.
Tað eru jú nógv, sum hava tað.

Kristina.
Satt at siga eri eg nú ikki so upp í loft eftir garneringi.

Karin Margreta.
So skalt tú heldur ikki fáa tær hann. So tjúkt toy situr eisini betur slætt seymað.

Kristina.
Ja, lat tað so vera.

Karin Margreta.
Men lívið, skal tað verða seymað sum blusa ella sum kimono?

Kristina.
Mær dámar væl kimono, men lat tað tó heldur verða sum hitt mynstrið, tú vísti mær hin dagin. Men nær heldur tú, at kjólin verður liðugur?

Karin Margreta.
Ja, hvat skal eg siga, ólukku menniskja! Eg havi 6 kjólar liggjandi, sum skulu verða lidnir til jóla.

Kristina.
Um tú so hevur heilar 10, skal mín verða liðin til høgtíðina.

Karin Margreta.
Ja, soleiðis siga allar samlar. Men tá eg skal siga, hvat eg haldi, so treingir tú minst til at fáa tín lidnan, tí tú sleppur í, um tú ikki fært henda kjólan.

Kristina.
Treingi og treingi ikki. Man kann tó ikki slíta ein kjóla so leingi,   at man gongur í berum undirskjúrti. - Tað er einki við at gera, liðin til jóla skal hann verða.

Karin Margreta.
Eg havi ikki meir enn einar hendur, og tað nyttar ikki at lova meir, enn ein kann halda. Eg noyðist nokk at fara og sita uppi um næturnar fyri at fáa stásið upp á tykkum. - Men tað skuldi bara verið tú, ella ein onnur av bóndadøtrunum, sum skuldi noyðst til tað! tá hevði okkurt verið at hoyrt.

Kristina.
Ikki skuldi tú lagt í at verið so nykk! Ein seymugenta hevur tað nakað lættligari enn ein bóndadóttir.

Karin Margreta.
Kanska tú vildi býtt við meg?

Kristina.
Ikki nettupp nú; men í fjør skuldi eg gleðiliga býtt við teg; tá høvdu vit onga arbeiðskonu, so eg var einsamøll um alt, bæði úti og inni, og tú veitst væl, hvussu nógv ið er at gera hjá okkum um heystið. - Hevði tú ella ein onnur seymugenta komið undir alt tað, tá hevði okkurt hoyrst!

Karin Margreta.
Á! títt ólukkudýr, nakað man hava staðið á tær!

Kristina.
Og ikki eitt oyra fekk eg afturfyri frá pápanum, men tú fortjenar fyri ein harragarð.

Karin Margreta.
Ja, tað mást tú væl siga! Nei, mín góða Kristina, skal eg nakrantíð fáa ein harragarð, so má eg giftast við einum harramanni - dersum eg kann fáa fatur í einum slíkum, ið vil hava meg.

Kristina.
So kunnu vit siga ein bóndagarð meðni. - Men veitst tú, hvat eg ofta noyðist at hugsa um?

Karin Margreta.
Nei! hvussu skuldi eg vitað tað?

Kristina.
Eg sigi tær alt møguligt um meg; men tú sigur aldrin nakað um teg. Minnist tú ikki, hvussu vit báðar kundu tosa um alt okkara millum, tá tú tænti hjá okkum? Tá høvdu vit eingi loyndarmál fyri hvørji aðrari.

Karin Margreta.
Hava vit tað nú?

Kristina.
Ja, tú hevur, ið hvussu er. Bara eg royni at forvitnast eitt sindur um eitt og annað tær viðvíkjandi, so setur tú lás og loka á alt fyri eitt.

Karin Margreta.
Forvitnast - um hvat?

Kristina.
Um tú hevur hug á onkrum - er hugtikin av einum ella øðrum drongi.

Karin Margreta.
Á, ert tú steinbýtt?

Kristina.
Heldur tú, at tú fært meg at trúgva, at tú ongatíð hevur verið forelskað, ein sovorðin genta - so - -                                                

Karin Margreta. (brýtur hana av).
- vøkur, tú skuldi endiliga sagt vøkur.

Kristina.
Eg hevði heldur sagt søt (tekur um miðjuna á henni). Hevur tú ongatíð verið forelskað -? Legg nú fingurin á eygað og rætt tunguna út!

Karin Margreta.
Tað er í hvussu er so langt síðani, at eg neyvan minnist tað.

Kristina (ivrig).
Í hvørjum? Vælsignað sig mær!

Karin Margreta.
Tú hevur ongatíð sæð hann. Vit vóru kend, tá eg var í Havn og lærdi at seyma.

Kristina (sum fyrr).
Vóru tit forlovað?

Karin Margreta.
Nei.

Kristina.
Bað hann ikki um teg?

Karin Margreta.
Jú.

Kristina.
Tað skilji eg ikki - tá tú kortini vart forelskað í honum.

Karin Margreta.
Tað var av orsøkum, at eg segði nei, men tað kemur ongum við. Tað eru ting, sum ein ikki kann tosa við onnur um; men tað kann eg siga tær, at særdur verður ein av slíkum, og um enn sárið tykist at grógva aftur, so verður arrið tó eftir - (syngur).

Mangar kvinnur, í huginum stirdar,
eiga ognir og búgva í borg;
teirra gávur í gler eru hirdar,
tí at hjartað tað tyngist av sorg.
Á hvørjum degi
sakna tær gleði,
kenna ei kærleikans megi.

Meðan seyður kann kódna í fonnum,
meðan neyt leggjast avvelt í gil,
hvør ein kvinna fær eydnu av sonnum,
sum kann eiga tann sveinin, hon vil,
dagur frá degi
líður í gleði,
kærleikin hevur ta megi.

(situr eina løtu og heldur fyri eyguni. Sigur so).
- - Men - fyri at tosa um teg, hvussu gongur við tær og Niels Kristiani?

Kristina.
Eg vil hvørki síggja ella eiga Niels Kristian, um hann so átti fleiri leypar av gulli.

Karin Margreta.
Eg hugsaði ikki, at tú hevði so nógv ímóti honum.

Kristina.
Hetta hevur pápi funnið uppá, tí Niels Kristian er so ríkur og so raskur, men eg eri líka glað, um hann er so raskur sum - eg veit ikki hvat.

Karin Margreta.
Hevur hann biðið um teg?

Kristina.
Nei, og tað skuldi hann bara roynt - hann skuldi fingið ein ordiligan krakk.

Karin Margreta.
So morðgírig hevur tú ikki verið á hann fyrr.

Kristina.
Ne-i, tað er ikki fyrr enn nú, at eg ikki kann tola hann.

Karin Margreta.
Hví er tað komið á teg nettupp nú? Er nakar annar komin upp í leikin? (Kristina tigur). Ver so góð, lítla mín! nú skalt tú skrifta. (Tekur um báðar handliðir hennara). Hvør er hin?

Kristina (spakuliga).
Torvaldur. —

Karin Margreta.
Húskallur tykkara?

Kristina (sum fyrr).
Ja.

Karin Margreta.
Tað veit pápi tín nokk einki um?

Kristina.
Á, Jesus, nei! Hann verður spinnandi illur, tað veit eg frammanundan. Men tað nyttar honum einki.

Karin Margreta.
Nei, tað er sjálvsagt; í hasum mást tú hava loyvi til at ráða tær sjálv.

Kristina.
Men tað verður hússetur, tá hann fær at vita tað.

Karin Margreta.
Okk ja! Altíð er okkurt í vegin í hesari verð (setur seg við seymimaskinuna).

Kristina.
Tað er satt - - er nakað í tí, sum fólk siga, at tú ætlar tær at keypa húsini hjá skómakaranum?

Karin Margreta.
Ja, men eg havi ov lítið av peningum at keypa tey fyri, og tað er nokk ikki væntandi, at nakar vil lána mær pengar uppá mínar beru hendur.

Kristina.
Tað hevði eg gjørt, um eg átti nakrar pengar, men mín einasta ogn er hitt gamla áttadagsurið, sum eg arvaði eftir ommu, og tað kann ikki hjálpa tær nógv. - Men hví ætlar tú at keypa tær hús? Dámar tær ikki hasi húsini, tú býrt í?

Karin Margreta.
Kanst tú ikki skilja tað? Tú veitst, at eg bert havi leigað húsini, so eg kann altíð verða útkoyrd, og tað er so satt ikki stuttligt, ikki nakrantíð at vita sær sikkurt innivist. -

2. sc.

Maggu-Sigga (kemur inn).
Góðan dag, vælsignaðar genturnar. (Hyggur um seg við søtum, falskum smíli): Tit hava tað saktans hugnaligt báðar. - (Hyggur at einum stóli): Ja, eg seti meg niðurat óbiðin, Kristina mín, tú veitst, at man heldur gomlum fólkum til góðar, um tey eru nakað framfør.

Kristina.
Ja, ver so góð, Sigga.

Maggu-Sigga.
Tað var ein synd í smiðinum. -

Karin Margreta.
Hvat baggar honum?

Maggu-Sigga.
Á, den deiligi feiti grísur, hann hevði! og ætlanin var at drepa hann til høgtíðina - -  og nú doyði hann í nátt.

Kristina.
Var tað grísurin ella smiðurin, ið doyði?

Maggu-Sigga.
Grísurin! vælsignað! Og sovorðið skal altíð raka tey, sum minst orka at missa. Hvat halda tit um Pætur í Tróna, ið misti kúnna um dagarnar! hon kyrkti seg í tjóðrinum! -                     

Kristina.
Tú frættir altíð onkur tíðindi, Sigga, av tí at tú ert so víðgongd.

Maggu-Sigga.
Ja, eg gangi ikki til fólk fyri at frætta tíðindi, - um tú heldur tað.

Kristina.
Nei, tað kenni eg teg so góða, tað var ein skarnstunga, ið vildi sett tað upp á teg.

Maggu-Sigga.
Ein kann væl hava eini smáørindi, sum ein noyðist at fara. -

Karin Margreta.
Tað haldi eg við, Sigga.

Maggu-Sigga.
Ja, har sært tú! Hvussu ofta hevur tú ikki ørindi higar til Kristinu og hon til tín; og sum tey plaga at siga: smá eru kvinnuørindi.

Kristina.
Tað kanst tú ikki rokna uppí. Karin Margreta og eg búgva jú næstan lið um lið.

Maggu-Sigga.
Ja, tað er satt, tað er so at siga bara Stóridammur millum tykkara.

Kristina.
Tala ikki um Stóradamm, Sigga!

Maggu-Sigga.
Hvussu tá?

Kristina.
Tað er so ræðuligt.

Maggu-Sigga.
Hvat er ræðuligt, sigur tú?

Kristina.
Hevur tú ikki hoyrt tað?

Maggu-Sigga (forvitin).
Hoyrt? Hvat skuldi eg hava hoyrt um Stóradamm?

Kristina.
Tað er løgið, tú ikki hevur hoyrt tað, og tó hendi tað tíðliga í morgun.

Karin Margreta.
Kristina, ver nú tigandi við hasum!

Kristina.
Hví kann eg ikki siga tað, sum satt er?

Maggu-Sigga (óføra forvitin).
Hvat er tað, ið hent er, lítla Kristina?

Kristina.
Er tað álvara, at tú ikki hevur hoyrt, at hann fór eftir høvdinum í Stóradamm í morgun?

Maggu-Sigga.
Harra Jesus, hvat er tað, tú sigur. Er ein vanlukka hend?

Kristina.
Eg veit ikki, hvat tú heldur! Og hugsa so um, at ein annar var orsakin í tí.

Maggu-Sigga.
Men mítt vælsignaða barn, sig mær frá øllum.

Kristina.
Ja, hevði eg vitað, at tú kundi tagt við tí, Sigga?

Maggu-Sigga.
Um eg kann tiga? Devulin fari skal ikki orð koma um mínar varrar, tað skal eg gera mín eið uppá, um tú biður meg um tað.

Kristina (teskar).
Tað var Janus, hann tók í háryggin á honum og tveitti hann í dammin.

Maggu-Sigga.
Hvør, hvør var tað, tú segði?

Kristina.
Janus, kennir tú ikki Janus hjá okkum?

Maggu-Sigga (ótolin).
Jú, ájú, men hin, sum hann tveitti útí?

Kristina (spotskliga).
Tað var Floy; hann hevði runnið eftir høsnunum, og so rendi Janus hann undir kav afturfyri.

Maggu-Sigga (fornermað).
Ikki skuldi tú lagt í! Tað er annars ikki vert at dríva gjøldur við den slags tingum, Kristina mín! Tað kann koma aftur um aftur.

Kristina.
Rópar tú tað at dríva gjøldur? Set nú fyri, at hundurin ikki hevði dugað at svomið, so kundi tað væl hent, at hann var druknaður.

Maggu-Sigga. Eg skilji væl, at tað er onkur, ið skal verða hildin fyri spott, men tað er so ofta, at spottið kemur í spottarans hús.

Karin Margreta.
Tú kennir Kristinu, Sigga, tú veitst, hvussu kát hon er, men hon meinar aldri nakað ilt við tí. -

Maggu-Sigga.
Verðin man fara og boyggja hana sum onnur. Tað er so mætur fuglur veiddur, sum kráka. - Men tað er ikki vert, at eg siti tykkum til fortreð (reisist), eg finni væl á tað fýrkantaða holið.

Kristina.
Nei, verð nú sitandi, Sigga; ein munn av kaffi kanst tú gott drekka, áðrenn tú fert. (Hon fer út í køkin. Sigga setir seg niður aftur).

3. sc.

Maggu-Sigga.
Ja, hon er ung og dóttir ein ríkiskropp, men tó nýtir hon ikki at halda neyðardýr fyri spott.

Karin Margreta.
Snakk í teg, Sigga! Tað eru ikki mong, ið betri eru við neyðardýr enn Kristina, tað eigur hon eftir mammu síni. Eg havi tænt her í húsinum, sum tú veitst, so tað veit eingin betur enn eg. -

Maggu-Sigga.
Tað kann væl vera, at hon meinar tað ikki so ilt, men hon skuldi ikki lagt í at verið so munnlætt. Ofta kemur kúrur eftir kæti, tað kann verða skjótari, enn hon væntar. Eg veit nokk tað, eg veit. -

Karin Margreta.
Ja, tú veitst altíð so nógv, Sigga!

Maggu-Sigga.
Eg veit ið hvussu er meir, enn pápi hennara veit.

Karin Margreta.
Men tað er ikki líka álítandi alt tað, sum tú veitst.

Maggu-Sigga.
Eg kundi fortalt tær okkurt um Kristinu, um eg vildi.

Karin Margreta.
Tað loysir seg ikki, tí eg trúgvi ikki stórt av tí kortini. -

Maggu-Sigga.
Tað gert tú kanska galið.

Karin Margreta.
Hvat er tað, tú sigur? Eg havi nú ta hugsan, at vit aldrin skulu lurta eftir slatri - og allarminst, tá tað er um tey, vit eru góð við.

Maggu-Sigga.
Nei, sí tað! Tú heldur eisini, at eg gangi og føri slatur! men tað, eg sjálv havi sæð, kann væl ikki kallast slatur.

Karin Margreta.
Sæð?

Maggu-Sigga.
Ja, við mínum egnu eygum! og nú skalt tú fáa at hoyra tað, antin tú vil ella ei. - Tað var um klokkan 11 í fyrrakvøldið, eg kom tvørtur um teigarnar oman ímóti Ólavsstovuhúsunum. Eg gekk spakuliga, sum eg plagi, men júst sum eg kom um hornið á hoyløðuni - hvør heldur tú tá stóð har? Har stóðu tvey fríggjarafólk og hildu um hálsin hvørt á øðrum. - Eg kendi tey - og hugsaði eg við mær - tað man verða ymist, um ríki Dánial veit nakað um hetta fríggjaríið, og eg kann ætla, at hann verður fegin, tá hann fær at vita, at dóttirin hevur fingið sær ein drong, sum ikki eigur sýru í vegg. - Men, hugsaði eg við mær - tað kemur ongum nakað við, og kunna tey tiga við tí, so kann eg saktans halda mín muð. - Hvat sigur tú nú?

Karin Margreta.
Eg sigi, at tú væl heldur munn við tí, sum tú segði. Men annars kann tað væl vera, at tú hevur tikið feil, tú manst ikki síggja so væl í myrkri.

Maggu-Sigga.
Tað var sum á áljósum degi, og tey stóðu í tí klára mánalýsi, so eg kundi talt knapparnar í kotinum hjá honum. Eg gekk í skugganum undir hoyløðuni, so tey sóu meg ikki, og fyri alt tað høvdu tey so nógv við hvørt annað at gera, at tey nokk ikki høvdu tankar um annað.

Karin Margreta (ber undan).
Tú kanst væl hava tikið feil kortini, Sigga.

Maggu-Sigga.
Eg skal gera mín dýrasta eið uppá, at tað var Kristina og Torvaldur, húskallur teirra.

Karin Margreta.
Takka tú Gudi, at tú ikki sleppur at gera eið hvørja ferð, tú lýgur tær til tað. Og nú hirði eg ikki um at hoyra meir av tínum tosi. -

Maggu-Sigga (firtin).
Tað, sum eg havi sagt, skal eg standa við.

Karin Margreta.
Eg skal tó leggja tær tey ráð, Maggu Sigga, at tú varðar tín illa munn eitt sindur; tað er ikki vist, at tað allastaðnis verður  so væl upptikið, at tú á náttartíð gongur og sníkir teg um garðar og geilar til at lúra eftir fólki.

Maggu-Sigga (firtin).
Takk skalt tú hava fyri hasi góðu orðini, Karin Margreta.

4. sc.

Kristina (kemur úr køkinum við einum kaffikoppi og smákøkum).
Ver so góð Sigga, set teg nú yvir at borðinum og fá tær niður á hjartað.

Maggu-Sigga.
So mangfoldiga takk! (hon setur seg til borðs). Eg veit, tú dugir at gera ein kaffikopp til, tað hevur tú eftir mammu tíni, Gud havi hennara sál! Hon var ein ordans kona! tað veit Gud, hon var!

Kristina.
Í tí skal eg ikki siga tær ímóti, Sigga.

Maggu-Sigga.
Vit gingu til í senn, eg og mamma tín. Pontoppidán kristnaði okkum. Vit plagdu eisini at ganga í dans saman, tá vit vóru ungar; á den dansihugur mamma tín hevði - og det mál at kvøða. Ja, eg havi nógv gott at minnast á mammu tína.

Kristina.
So man eg hava arvað mín dansihug eftir mammu.

Maggu-Sigga.
Okk ja, tað eru dagar lidnir síðani. - Hvussu langt er nú, síðan mamma tín doyði, Kristina?

Kristina.
Tað vóru 3 ár í vár.

Maggu-Sigga.
Tíðin rennur, jú! jú! - Tað er ein Guds lukka hjá pápa tínum, at hann hevur teg. Tað eru mangir menn, sum noyðast at giftast uppaftur, av tí teir sita óhjálpnir. Tað tørvast ein røsk kvinnuhond í einum sovorðnum breyði sum í Ólavsstovu.

Kristina.
Men um eg nú finni uppá at giftast við tíðini, Sigga, hvat skal pápi tá gera?

Maggu-Sigga.
Tað veit eg ikki. - Hvar er pápi tín forrestin í dag, eg havi ikki borið eyga við hann.

Kristina.
Tað er ikki gott at vita, hvar hann er, hann hevur verið frá húsum síðan á middegi. - Fá tær endiliga eina køku afturat, Sigga.

Maggu-Sigga.
Nei, nú sigi eg mangfoldiga takk! (Turkar sær um munnin við handarbakinum og fer á føtur). Nú noyðist eg nokk heim at síggja Jákupi til góðar. Hann strevast við at gera bukkur og baljur. Gud havi lov fyri tað, at hann hevur nógv arbeiði, tað er tí, vit skulu liva av. - Nú sigi eg so góða tøkk fyri alt gott! Farvæl, Kristina mín! Farvæl, Karin Margreta! (Hon fer).

5. sc.

Karin Margreta.
So, nú fer hon hiðani og inn í okkurt annað hús, og so lýgur hon eina søgu saman og loypur gølu í um okkum.

Kristina.
Tað liggur skammurin á! Hvør, heldur tú, leggur lag í, hvat hatta geilastrokið sigur?

Karin Margreta.
Jú, tú kanst trúgva, at tey eru nógv, sum fegin vilja lurta eftir slatri. Eg haldi, at slatur er ein hin ringasta sjúkan í okkara bygd.

6. sc.

Tórvaldur (kemur inn úr køkinum, hann er í arbeiðsklæðum).
Góðan dag, Karin Margreta! (setur seg niður). Hann, ið kundi havt tað so lætt sum tú! ikki at nýta at fara upp av reyvini, meðan maskinan hurrar. Tú skuldi fingið tær ein motor í hana, so slapp tú eisini frá at vinda; tað hevði verið enn lættari.

Karin Margreta.
Vilt tú ikki gera so væl at keypa mær ein motor og leggja petroleum til eisini.

Torvaldur.
Tað mundi ikki verið so nógv fyri; tær tróta ikki pengarnir heldur.

Kristina.
Hvat vilt tú her? Eg veit ikki av, at nakar hevur havt boð eftir tær.

Karin Margreta.
Tá kettan er úti, leikar músin á borðinum, veitst tú. Tað er gott at síggja, at pápi tín ikki ei heima. Annars hevði hann ikki tort at gingið og malið her mitt í arbeiðstíð.

Torvaldur.
Var hann heima, so vóru konufólkini nokk ikki so heitstór heldur. - Tá eg hugsi um tað, nakað friðaligt kundu vit havt tað, um eingi konufólk høvdu verið til!

Kristina.
Tá hevði nokk verið reiðiliga illa vorðið, tá tit ongan høvdu havt at klaga uppá og deilt. Og vit ólukkudýrini eru so tolin sum einglar.

Torvaldur.
Hvat heldur tú um tann eingilin, sum eg beint nú sá fara á flog hiðani?

Kristina (lær).
Maggu-Siggu skalt tú ikki rokna uppí. -

Tórvaldur.
Er hon kanska ikki konufólk?

Karin Margreta.
Jú! - Men aldrin meir enn hálvt konufólk.

Torvaldur.
Var eg Bøkjara-Jákup, so skuldi eg dekan farið tjóðrað hana fasta í hølvubeinkin, tað geilastrok hon er!

Karin Margreta.
Og var eg Torvaldur, so hevði eg varað meg fyri at brúkt munn um Maggu-Siggu og komið til óvins við hana.

Torvaldur.
Tað vildi eg fegin vitað, hví eg skuldi ræðst Maggu-Siggu?

Karin Margreta.
Hon kundi funnið uppá at hevnt seg.

Tórvaldur.
Hevnt seg upp á meg? Við hvørjum skuldi hon hevnt seg?

Karin Margreta.
Við at snodda okkurt upp um teg, sum ikki tolir at koma fyri hvønn mans eygu ella oyru.

Torvaldur.
Eg veit ikki av øðrum, enn at eg havi reint breyð í mínum posa.

Karin Margreta.
Heldur tú tað eisini, Kristina?

Kristina (lær).
Tað verður hansara sak.

Karin Margreta.
Kom higar til mín, lítli Torvaldur!

Torvaldur (reisir seg).
Hvat skal eg gera?

Karin Margreta.
Kom bert higar, lítli mín.

Tórvaldur.
Ætlar tú kanska at biðja um meg? tað er skotár í ár.

Karin Margreta.
Hygg nú beint í eyguni á mær og fortel mær so, hvørji tey fríggjarafólkini vóru, ið stóðu undir hoyløðuni í fyrrakvøldið?

Torvaldur (fjáltraður).
Hvussu skal eg vita tað?

Kristina.
Men hvussu ber tað til, at tú veitst tað, Karin Margreta?

Karin Margreta.
Tað er Torvaldi, eg taki forhoyr av, og ikki av tær.

Torvaldur (við Kristinu).
Hevur tú fortalt fyri Karin Margretu, at vit -

Kristina.
Ja. - Men tað um fyrrakvøldið veit hon ikki frá mær.

Torvaldur.
Nú stendur mítt forstand stilt.

Karin Margreta.
Tú hevur nokk ikki reint breyð í posanum kortini, Torvaldur, so tað er nokk betri fyri teg at halda teg til vins við Maggu-Siggu.

Torvaldur.
Hon hevur tá for devulin ikki sæð okkum í fyrrakvøldið?

Karin Margreta.
Tað er júst hon, ið hevur sæð tykkum.

Kristina.
So er tramin leysur! So kunnu vit tað sama seta tað í avísina alt fyri eitt.

Torvaldur (við Karina Margretu).
Hvaðani veitst tú tað?

Karin Margreta.
Hon fortaldi mær tað sjálv í áðni, meðan Kristina var uttari í køkinum og kókaði henni kaffi.

Torvaldur.
Hevur tú givið beistinum kaffi? Hon skuldi fingið ein pegil av amerikanskari olju í staðin fyri, den mer!

Kristina.
Tað flónar ikki í henni. Kenni eg hana rætt, so loypur hon tað í pápan, so skjótt hon fær eyga á hann.

Karin Margreta.
Tað er nú eingin ólukka; tit kundu ikki dult tað leingi fyri honum kortini. -

Kristina.
Á, nakað bangin eri eg!

Torvaldur.
Ja, tað loysir ikki av, uttan við grát og tannabit.

Karin Margreta.
Tað er ikki vist, at hann er so óregerligur, sum tit halda.

Kristina.
Jú, har batar ikki við hann. - - Tá hann hevur sett sær í høvdið, at eg skal giftast við Niels Kristiani, so gevst hann ikki.

Karin Margreta.
Okkurt kundi komið uppí, sum kundi vent honum á.

Kristina.
Kanst tú siga mær, hvat tað skuldi verið?

Torvaldur.
Dersum eg til dømis hevði vunnið nógv í lottaríinum.

Kristina.
Hevur tú kastað í lottaríið?

Torvaldur (lær).
Nei, so har havi eg nokk ongan kans.

Karin Margreta (reisir seg).
So, nú taki eg toyið heim við mær, tað gongur betur frá hondini á mínari maskinu enn í hasari kaffimylluni. Eg hugsi, tú kanst koma niðan og passa kjólan onkuntíð í morgin eftirmiddag.

Kristina.
Tað var ólukksáliga gott, so veit eg, at eg fái kjólan til høgtíðina.

Karin Margreta.
Ja, barnið grætur ikki, tá tað fær vilja sín. - Farvæl við tykkum! Síggið til, at tit skikka tykkum so væl, tá eg eri farin frá tykkum. (Hon fer).

7. sc.

Kristina.
Nú dregur saman yvir høvur okkara, Torvaldur.

Torvaldur.
Ja, tað verður nokk bæði ljós og torusláttur, áðrenn vit vita orðið av. (Hann tekur um hana). Tað er nógv fyri, at tú skalt koma undir sovorðna mótistøðu av mínum ávum!

Kristina.
Tú manst fara og fáa tín part eisini.

Torvaldur.
Men eg eri betur førur at taka eina ábreiðslu. Gævi eg bert kundi tikið ímóti fyri bæði!

Kristina.
Sig ikki tað, betri er, at vit eru tvey um mótistøðuna.

Torvaldur.
Ein ting eri eg nú vissur í.

Kristina.
Hvat er tað?

Torvaldur.
At pápi tín koyrir meg á dyr alt fyri eitt.

Kristina.
Hann hevur ikki lov at koyra teg, tú ert festur til Krossmessu.

Torvaldur.
Nei, tað veit eg væl. Men hann verður bara verri, um eg standi upp á mín rætt.

Kristina.
Hetta er stuttligt at ganga og vænta sær júst upp undir høgtíðina!

Torvaldur (leggur høvdið á henni inn at sær).
Hevur tú nú hugsað reiðiliga um, Kristina, at tú kanst koma at liva í ófriði og illstøðu við pápa tín við alla fyri mína skuld?

Kristina.
Um so verður - so fer tað at verða harvið.

Torvaldur.
Tú veitst, hvat tað er, sum nýtur meg mest.

Kristina.
Kom nú ikki aftur við hasum, Torvald.

Torvaldur.
Er tað so løgið. Pápi tín og flest øll onnur vilja sjálvsagt siga, at tað er garðurin og pengarnir, eg leggi eftir.

Kristina.
Lat tey so siga tað, hvat kann tað saka okkum? Vit eru líka glað og lurta ikki eftir fólkasnakki.

Torvaldur.
Men kanst tú ikki skilja, at sovorðið tos má nýta at mær?

Kristina.
Lat bara vera at geva tí gætur.

Torvaldur.
Tað kann eg ikki lata vera. Men tað veit eg við mær sjálvum, at um tú ikki átti annað enn tað, tú stendur og gongur í, so vart tú einasta genta, sum hugur mín stendur til.

Kristina.
Og um tú vart so ríkur, at tú bar gull á hvørjum fingri, so var eg ikki betri við teg, enn eg eri. - Vit bæði skulu halda saman, ið hvussu tað so gongur.

Torvaldur (tekur hana inn at sær).
Ja, tað skulu vit gera (syngur):

Vilt tú elska meg, tá stundir líða,
elska meg, tá sólin summarbjørt
sendir yvir heimin ljósið blíða.
Vilt tú elska meg tá náttin svørt
breiðir  sínar veingir yvir dalar,
vísir sálum ljósan himnaveg;
og tá lívsins álvar til mín talar,
sig mær, góða, vilt tú elska meg?

Elska meg, og tá eg kenni megi,
verðin verður meira ljós og blíð.
Elska meg, so livnar upp mín gleði,
elska meg um aldur alla tíð.
Elska meg, so verður tankin høgur,
elska meg í morgin sum í dag,
og tá hvør ein hjartastrongur kvøður
ljómandi og treyst eitt gleðilag.

Vilt tú elska meg, tá stundir líða,
og eg fái lívsins stóra boð,
tá vil eg so treystur framá stíga,
tankin fær eitt høgt og fagurt flog.
Lat so lívsins bylgjur bróta brattar,
fíggindar í flokki fylkja seg.
Allar tungar byrðir verða lættar,
tá eg veit, tú, góða, elskar meg.

Hvat kann styrkja mann í tungum stríði,
gera ljósa áður myrka sál.
Hvat kann ala upp tær kenslur blíðu,
vísa veg til fagur endamál?
Tað er kærleiks reina, blíða yndi,
yndið títt tú givið hevur mær,
tá tú elskhug mær í barmin kyndi.
Lat meg altíð hvíla meg hjá tær.

Kristina (syngur):

O! tú, sum huganum mínum vendi,
at eg sum fjøtraðan fugl meg kendi, -
tú erpin gongur, tú veitst sum er,
at frá tær fuglurin aldrin fer.

Ja tú, sum býrt mær í hjarta inni,
tú megi vanst yvir alt mítt minni;
hvørt lítið hugskot, ið vitjar meg,
tað eina teskar um teg! um teg!

Sum blóðið brennur! Sum hjartað bankar!
Í ørsku villast teir neyðar tankar.
O, kom og tak meg so fast at tær,
at verðin øll hvørvur burt frá mær!

 

To top

Annar partur

1. sc.

Kristina (situr á einum stóli við borðið og seymar. Um eina løtu lurtar hon).
Nú kemur pápi. (Hon lurtar aftur). Eg haldi meg hoyra tvey; onkur er við honum.

Dánial (í durunum).
Ver so góð, Sigga, kom bara inn!

Kristina (slær hendur saman).
Nú vil eg ikki vita meir, Maggu-Sigga!

Maggu-Sigga (inn aftan á Dánial). Á - á -! Ikki veit eg, hví tú finnur upp á hetta, Dánial.

Dánial.
Lat dyrnar aftur, Kristina, og tú skalt verða her. (Hon letur køksdyrnar aftur).

Dánial (við Siggu).
Vilt tú nú gera so væl og taka uppaftur tað, tú segði, tá vit vóru tveyeini!

Maggu-Sigga (við Kristinu).
Gud náði meg, arma menniskja, hvat skal eg gera? Tað er pápi tín, sum hevur drigið meg inn higar, Kristina vælsignað. Men eg havi reina samvitsku, eg havi ikki havt í kvitta at gera eina halta hønu lavna og hvaðna minni tær nakað, góða dóttirin!

Kristina (kaldliga).
Tú kanst spara tíni følsku orð, Sigga.

Dánial (við Siggu).
Einki sovorðið sleiskarí! Kom nú við tí, tú segði, ella skal eg fáa muðin á gongd á tær!

Maggu-Sigga (ger seg til at gráta, heldur fyrrklæði fyri eyga).
Á jederne! á jederne!

Dánial.
Nú, hvat var tað, tú fortaldi um Kristinu og handa ótangan, Torvald?

Maggu-Sigga.
Eg havi einki ilt sagt, hvørki um Torvald ella Kristinu; tað kann ikki leggjast mær til last, hvat ungdómar finna uppá.

Kristina (siðulig).
Lat hana fara sín veg, pápi. Tað er væl ikki tín ætlan, at Maggu-Sigga skal verða vitni til tað, tú og eg hava at tosa saman.

Dánial.
Tað er júst tað eg ætli; tú skalt ikki sleppa at snúgva tær frá hesum. - Sig mær nú beint, um hon lýgur ella ikki. -

Kristina.
Tú fært ikki orð av mínum munni, meðan hatta kvendið er inni.

Maggu-Sigga (í øði).
Kallar tú meg kvendi? - Tað hevur eingin gjørt uttan tú! Men nú skal sannheitin út, um tað so skal verða millum rivini á mær. Eg skal gera mín eið á, at tað var teg og Torvald, eg sá í fyrrakvøldið. -

Kristina (brýtur hana av).
Antin skal Maggu- Sigga á dyrnar, ella fari eg mín veg, pápi!

Dánial (við Siggu).
So far at Fananum meðni, nú nýta vit teg ikki longur!

Maggu-Sigga (í øði).
Ja, nú kann eg fara at Fananum; men tá tú hitti meg úti á gøtuni, tá skuldi eg við vald og makt koma inn, um tú so skuldi draga meg eftir hári, og tú lovaði mær enntá kjøt afturfyri. - Jú, tú ert ein stásmaður, Dánial í Ólavsstovu, ein gírugur, skarpur lortendi, sum ikki unnar hundi vatnsdrykk. Og ein okrari ert tú, sum bara vil niðurtraðka fátækrafólk; ja, det sigi eg. - Nú sigi eg farvæl og takk fyri alt gott. (Til dyrs).

3. sc.

Dánial.
Hatta var tó ein devils kjaftur! (við Kristinu). Men nú skulu vit eiga orð saman, Kristina. Nú skalt tú siga mær, um tað er satt, at Torvaldur og tú fríggjast.

Kristina.
Ja.

Dánial.
Og hettar sigur tú mær upp í míni opnu eygu?

Kristina.
Vildi tú heldur, at eg skuldi logið fyri tær?

Dánial.
Eg vil ikki hava Torvald til dótturmann. Nei, nei, nei! Hann eigur ikki annað enn sínar beru hendur!

Kristina.
Men tað eru tvær hendur, sum sita væl á skafti, - tað hevur tú sjálvur sagt.

Dánial.
Men tað er eisini tað einasta, hann eigur og hevur.

Kristina.
Tað hjálpist eisini. Eg eri tá eingin fátæk genta, veit eg.

Dánial.
Har skal man hoyra! Veitst tú nakað um, hvat tú eigir ella fær?

Kristina.
Kanska tú ætlar at gera meg arvaleysa?

Dánial.
Annars hevði gingið, sum tað var smurt, tá eg var deyður - heldur tú?

Kristina.
Snakk í teg, pápi.

Dánial.
Men tað kundi verið, at tit spikkuleraðu galið kortiltinani. Eg havi væl loyvi at gera við mítt tað, ið eg vil. Og tað kundi hent tað, ið tit minst av øllum høvdu væntað.

Kristina.
Hvat er tað, tú hóttar við?

Dánial.
Eg eri ikki meira enn gott hálvtríðs, og eg - - eg haldi, at - - um eg hevði ætlað - -                                         

Kristina (brýtur av).
Giftst uppaftur? Nei, hasum nyttar tær ikki at hótta við, pápi. Tú mást minnast til, at eg ikki eri eitt barn longur, sum tú kanst billa sovorðið býtt inn.

Dánial (tekur seg aftur).
Men eg kann liva og sita við garðin í tretivi ár enn; og um so verður, hvat ætla tit so at gera?

Kristina.
So fáa vit nokk inn í munnin kortini.

Dánial.
Ja-a, hann kann geva seg til at lossa, og tú kanst gera fyri triðing. Tað bilar ikki, um fortjenastan ikki verður so grov, bert tit sleppa at sita og sleikjast og kyssast um kvøldarnar og heiligdagarnar. - Nei takk, tað skal einki verða av! Niels Kristian, tað var annar maðurin, bæði ríkur og raskur - tú veitst, hvat eg meini. -

Kristina.
Og nú veitst tú eisini, hvat eg meini, pápi, um enn tú ikki hevur vitað tað fyrr.

Dánial.
Tú hevur ongantíð verið so mótvillug, tá eg havi rikið framundir um Niels Kristian. Nú verði eg at standa sum skálkur móti honum; eg verði til spott.

Kristina.
Hevur tú kanska lovað honum meg?

Dánial.
Tað havi eg, so at siga.

Kristina.
Tað skuldi tú ikki gjørt, tí eg havi ikki Niels Kristian, tað kanst tú líta á, pápi.

Dánial.
Og eg sigi tær tað, at Torvaldur verður ikki dótturmaður mín, við mín góða vilja.

Kristina.
So verður hann tað móti tínum vilja.

Dánial.
Tað skal koma ann uppá. Út av mínum húsi skal hann; so manst tú fara og sissa teg, tá nøkur tíð er umlopin.

Kristina.
Tað kundi verið, tað gekk ørðvísi, enn tú heldur, pápi. Trongd elur trúskap, veitst tú ikki tað?

Dánial.
Tú skalt ikki smyrja meg um muðin við stórum orðum. - Tú kennir faðir tín og veitst, at eg eri eingin vøttur. (Letur vindeygað  upp og rópar út) Torvald! Kom inn eitt eygablikk, eg vil tosa við teg!

Kristina.
Tú skuldi tó hugsað teg um meira enn eina ferð, pápi.

Dánial.
Tú skalt ikki royna at læra upp á meg!

4. sc.

(Torvaldur kemar inn).

Dánial.
Tað var viðvíkjandi tær og Kristinu. Eg vil einki vita av hesum fríggjaríinum, tað skal vera slutt, skilir tú!

Torvaldur.
So?

Dánial.
Hon nýtir ikki at taka tann fyrsta tann besta húskall, sum sveimar um eftir einari góðari giftu.

Torvaldur.
Nei, tað skilji eg fullvæl.

Dánial.
Nú - tú tykist at vera nøkulunda fornuftigur.

Torvaldur.
Hevur tú ikki altíð hildið tað? Men eitt kann eg siga tær; tú fert skeivur, um tú heldur, at Kristina tekur tann fyrsta tann besta.

Dánial.
Nú skal man hoyra! Tú hevur nokk ikki lítlar tankar um teg sjálvan, tykist tað.

Torvaldur.
Á nei, men hon vil hava meg, tí eg eri tann einasti, hon leggur í, og tað skuldi verið ein munur.

Kristina.
Hasi orðini geri eg til míni.

Dánial.
Eg skuldi tó fingið eitt orð uppí eisini. (Við Torvald) Eg bað teg koma inn til at spyrja teg, um tú ikki vilt leggja niður í skrínið og fara tín veg alt fyri eitt.

Torvaldur.
Tú meinar væl, at eg skal fara góðvilliga?

Dánial.
Tað er skiluligt. Eg kann ikki noyða teg at fara fyrr enn til krossmessu.

Torvaldur.
Ja, tá tú viðgongur tað, so skal eg fara góðvilliga. Men harfyri verður tað ikki til einkis millum Kristinu og meg.

Kristina.
Nei, tað verður tað aldrin, tað lovi eg tær, pápi!

Torvaldur.
Og eg við, so kann koma, hvat ið koma vil (fer).

5. sc.

Dánial.
Tað er nógv fyri, bara at eiga einans barn, og so skal man hava sovorðið tripulass kortini!

Kristina (fer tætt til hansara).
Og hví er tað? Tí tú vilt sleppa at ráða har, sum tað ikki tilkemur tær. Hugsa teg nú um, pápi; er tað neyðugt at gera meg ólukkuliga bara fyri, at tú kanst útinna vilja tín?

Dánial.
Tú babbar, Kristina.

Kristina.
Heldur tú av álvara, at tað skal leggjast meiri dent uppá, hvønn tú vilt hava til dótturmann, enn hvønn eg vil hava til mann!  Hvørjum kemur gifta mín meiri við, tær ella mær?

Dánial.
Hvørt okkara hevur meiri forstand og innsigt uppá sovorðið, tú ella eg?

Kristina.
Tað havi eg, pápi, tað er ikki at ivast í! Tí tá eg ikki verði lukkulig við honum, eg giftist við, so er alt annað ikki ein skilling vert.

6. sc.

Knút skómakari (kemur inn í arbeiðsblusu og svintu).
Góðan dag, Dánial! góðan dag, Kristina! (tey taka í hond). Eg sprakk niðan higar, eg havi ikki givið mær stundir at koyra svintuna av mær. -

Kristina.
Setið tygum niður, skómakarin! (hon fer út í køkin).

Knút.
Manga takk! (við Dánial) Sakin er tann, at eg absolut má konferera við teg um eina vigtuga sak, Dánial.

Dánial.
Nú? Kom so fram við tí, tú hevur á samvittigheitini, Knút.

Knút.
Sum tú veitst, eru tvey ár síðan kona mín sáluga fór frá jarðarlívinum og absolveraði yvir í tað æviga lívið.

Dánial.
Jú, eg minnist væl, at tað vóru tvey ár á allahalguna, síðan Karin Johanna doyði.

Knút.
Ja, og í teirri tíð havi eg sitið sum einkjumaður í óregistreraðum búgv og havi drivið mína professión.

Dánial.
Ja, tú hevur sitið væl um títt hús, tað rós eigur tú at hava.

Knút.
Men sum skrivað stendur í Moselov: “Det er ikke godt, at Mennesket er ene,“ tí havi eg hugsað um eina ferð enn at alliera meg við einum kvinnuligum vesani.

Dánial.
Nei, álvara. Ja, tað er ikki tað versta, ein einkjumaður ger, tá hann hevur góða eydnu.

Knút.
Eg eri ikki meir enn 41 ár, og eg kann avancera framtíðina í nógv ár, um eg behaldi lív og heilsu. Og av tí havi eg ætlað mær at selja hús míni.

Dánial.
Selja húsini. Tá tú ætlar tær at giftast aftur?

Knút.
Jú, sært tú, hon er ikki von við landsbygdaviðurskifti; hon er av heldur fínligari fólki úr Havn. Og nú havi eg lært til skómakara í Havn, og so var eg eina tíð har, eftir at eg var útlærdur, so eg haldi, at eg kann væl retinera meg millum fólkið har.

Dánial.
Eg haldi tað vera vissari hjá tær at vera her, Knút, tí her hevur tú gott arbeiði. Men tað hevur tú best skil á sjálvur.

Knút.
Tað, sum eg ræðist fyri, er, at hon ikki fer at halda tað verða nóg fínt her í Tangavík. Pápi hennara var politi í Havn, so hon er frá vøggustabbanum vand við tað fínliga. Tí er tað, at eg havi motiverað meg til at flyta til Havnar.

Dánial.
Hvat heldur tú tá, at tú fært fyri húsini?

Knút.
Einar cirkus 4000 krónur. Heldur tú ikki, at tað kundi passað nakað?

Dánial.
Jú-ú. Tað er nokk ikki ov nógv, tí hús títt stendur so væl fyri. - Men veitst tú nakran keypara?

Knút.
Keypara - jú, Karin Margretu.

Dánial.
Karin Margretu? Eigir hon pening at keypa hús fyri?

Knút.
Nú koma vit til tað graverandi monumentið: Hon eigur sjálv 1000 krónur, 2000 fær hon til láns upp á húsini, men tað fjórða má hon kreditera.

Dánial.
Hvussuleiðis?                 

Knút.
Lána pr. kredit. Men hvar gongur debitorin?

Dánial.
Ja, Várharra viti tað!

Knút.
So runnu tankar mínir til tínsara, Dánial. Hon hevur tænt hjá tær, og eg veit, at tú vil konstatera, at hon hevur tænt tær trúliga.

Dánial.
Jú, tað baggaði ikki; men henda sak kann eisini síggjast frá eini aðrari síðu.

Knút.
Hvussu sær hon tá út?

Dánial.
Jú, sært tú, um Karin Margreta er aldrin so trúgv og hevur allar dygdir, sum til eru, so kann hetta ikki setast í peningavirði, um hon ikki kann klára seg við at betala húsið.  Og eg noyðist tó fyrst at hugsa um meg og míni; eg eigi jú eina dóttur og harfyriuttan - hm! -

Knút (stillisliga).
Eg hevði tó hugsað mær til, at tú vildi hjálpt okkum við hesum, Dánial; men so er nokk ikki meiri við tað at gera, -

Dánial.
Sum eg sigi - ábyrgslan, skómakarin.

Knút (sum fyrr).
Jú, ábyrgsluni skal ein eisini ansa eftir. So fari eg av stað aftur meðni. Farvæl Dánial! (hann fer).

8. sc.

Kristina (úr køkinum).
Eg veit ikki, um tú vilt hava kaffi, pápi?

Dánial.
Nei, eg havi drukkið einar tvær ferðir í eftirmiddag. (Kristina skal fara út). Hoyr eitt, Kristina! Hann veit væl, at hann kann fáa fulla løn til krossmessu, dersum hann vil.

Kristina.
Tað mást tú sjálvur tosa við hann um (vil fara).

Dánial.
Nei, bíða eitt sindur. Hm, tú skalt tó vita tað, Kristina, at eg havi gjørt hetta við yvirlagdum huga.

Kristina.
Og tú skalt vita, pápi, at tú hevur verið so hjartaleysur móti mær, sum teinkjast kann.

Dánial.
Tú mást ikki ganga og billa tær inn, at tú hevur stórt ríkidømi at vænta aftan á meg.

Kristina.
Tað havi eg sjáldan hugsað um, men eg veit, at vit ikki eru fátækrafólk, so av tí orsøk nýtist mær ikki at giftast við einum pengaposa.

Dánial.
Men dersum tað nú - hm – skuldi verið býtt, tað eg eigi?

Kristina.
So var tað kortini nokk til okkara, til tú einaferð varð sinnaður at lata alt frá tær. Reiðiliga býtt eri eg nú ikki kortini.

Dánial.
Við einum manni sum Niels Kristiani vart tú væl forsyrgd, sjálvt um eg - - -

Kristina.
Eg havi ikki Niels Kristian, fyrr skal eg doyggja sum gomul genta. Tað verður ikki øðrvísi, ið hvussu tú roynir (fer skjótt út í køkin).

9. sc.

Dánial (fyri seg sjálvan).
Nei, hon vikast ikki, hon er altíð von at fáa vilja sín. - Hvussu skal eg bera tað í bandi at fáa sagt henni, at eg havi í kvitta at giftast uppaftur (hann hyggur út gjøgnum vindeygað). So, nú kemur sunnheitskommissiónin!

(Áðrenn teir eru inni, hoyrist) Pætur.
„Nú skulu vit gista bóndans hús,“ sum tað stendur í kvæðinum.

10. sc.

(Sunnheitskommissiónin: Pætur á Hamri og Niels á Tanganum koma inn og biðja harðmælt)             
Góðan dag!

Pætur.
Hvussu er vorðið við køsti tínum, Dánial, er hann í ordan og køstarennur og deslíka. Nú eru vit komnir upp á embætis vegna, forstandarskapið hevur beitt okkum av stað. - Tað er nokk ikki fyri tað, teir munnu ikki allir vera so reinførir, men doktarin streingir so hart á teir. Nú ætlar hann lok á hvønn køst.

Dánial.
Mínum køsti er ikki lok á, men hann er væl skumpaður og so frægur sum ein almindiligur bóndakøstur. Rennuna havi eg sementað, tí satt at siga dámdi mær ikki sjálvur, at hon lá og esjaði út yvir teigarnar her niðanfyri.

Pætur.
Eg veit ikki, hvussu tað er við hesum lokunum, sum doktarin ordnar á køstarnar. - Teir siga frá honum, at tað skal vera eitt slag av smáum djórum, sum halda til í køstum, og hetta slagið skal vera atvold í øllum sjúkum, sum til eru, bæði landfarsótt og gikt og fingrasvøllum; der ræður tað um at steingja hetta slagið inni, so tað ikki sleppur út at gera fólki mein; tí er tað, hann ordnar lokini.

Niels.
Eg havi hoyrt um hatta eisini, men eg haldi í mínari býttheit, at tað er verri at hava lok útyvir; tí einaferð má hetta sleppa út, um ikki annað, so tá køsturin verður borin. – Og er tað so óargaligt, sum doktarin sigur, so verður tað ikki mætari, tá tað verður so leingi innistongt og so sleppur út. - Eg sigi fyri meg, hevði eg sitið í fangatorni í langa tíð, skuldi eg hevnt meg, tá eg slapp út.

Pætur.
Eg haldi næstan við tær, Niels, tað man ikki alt vera so klókt, sum teir finna uppá nú, tí sum orðið sigur: „Teir vísu skulu forstýra verðina.“ -

Dánial.
Hetta skal eg ikki blanda meg uppí; men eg haldi tó, at tað kundi verið meiri reinførheit bæði við køstum og øðrum hjá okkum her í bygdini.

Pætur.
Hetta var orðið við æru sagt! Tí tað haldi eg við tær, skitførheitin er ófør íser í Tanga-býlinginum. Dánial á Tanganum hevur køstin beint fyri durunum, og tað er ikki sjáldsamt at síggja hann sita á køstabrúnni við stúkuvelinum flakrandi upp eftir lendunum og hjálpa sær sjálvum. Og líka leggur hann í, hvat fólk ið gongur gjøgnum túnið. Sovorðið haldi eg vera ósambærligt.

Niels.
Ja, tað haldi eg við tær, hóast tað er í mínum egna býlingi. - Men hvat siga tit um køstin hjá Mikkjal í Degnastovu? Hann stendur á breddar, og har verður koyrt bæði líkt og ólíkt í. Eg forstandi ikki, at nakar troystar sær at fara undir at bera slíkan køst; men tað plagar eisini at vera kroppskinn á Mikkjali um várarnar. Eg hevði ikki trúð, at nakar kundi verið so óráðuligur. - Eg sigi fyri meg, úr mínum húsi fer alt tað slagið á sjógvin.

Pætur.
Eg haldi ikki, eg hevði etið nakrar fruktir, ið upprunnar vóru av slíkum tøðum.

Dánial.
Nú haldi eg móti tær, Pætur. Tað kann vera eins, um tøðini eru komin av fólki ella fæ, tá tað bara veksur væl av teimum; tað gera vit bøndur, ið hvussu er, ongan mun á. - Men fyri at tosa um nakað annað, tað er ein verðsins tíð, tit spilla av hesari køstaskoðingini. Sleppa tit í kvøld, ella skulu tit ganga fleiri dagar enn?

Pætur.
Tíðin gongur nógv! Tað er so minni enn so, at vit sleppa í kvøld; tað má eg nú skylda nógv upp á Niels, tí tá hann kemur í eitt hús, verður hann aldrin liðugur at tosa. Tað er ein væsignaður muður, hasin maður hevur.

Niels (fer á føtur).
Nei, hoyr nú, hvat hann sigur! Eg sum neyvan lati muðin upp! Eg vil spyrja teg, Dánial, hvør meira hevur tosað, Pætur ella eg? Ikki fyri tí, tað hevur kanska verið betri fynd í tí, eg havi tosað, enn tí, Pætur hevur sagt.

Pætur (eisini á føtur).
Tað hevur eingin hoyrt fyrr, at nakað skil hevur verið í tosi hjá Nielsi á Tanganum, tað er mest slatur og sleyg. - Eg eri jú formaður í kommissiónini, og tá eg gjørdi beint, skuldi tú ikki sloppið at lukka muðin upp, uttan tú baðst meg um orðið.

Dánial.
Sissið tykkum nú, góðu menn, og farið ikki tit báðir upp at kutast; tit hava ivaleyst nokk stríð tað fyri utan.

Niels.
Tað er, sum tú sigur, Dánial; vil Pætur blíðka seg aftur, so skal eg ikki gera klandur.

Pætur.
Ja, ja, Dánial, men fyri at eingin skal hava nakað at siga aftaná, so er nokk best, at vit hyggja at køsti tínum eisini.

Niels.
Nýtist tað? Dánial hevur altíð sítt í ordan, og tað loysir seg ikki at gera sær ómak til onga nyttu.

Pætur.
Niels hevur grein í sínum máli. Her vísir alt seg at vera í góðum standi, bæði køstar og hús, so her verður einki at bemerkja í protokollina.

Niels.
Tað er ikki eiti av húsum, tú situr í, Dánial, her fattast bert ein ting.

Dánial.
Og hvat er tað fyri ein ting?

Niels.
Tað er ein hústrú!

Pætur.
Konu hevði hann fingið, tá hann sjálvur vildi. Dánial er í bestu árum enn.

Niels.
Fólk eru eisini farin at gramla um okkurt sovorðið.

Pætur.
Fyri tí, at fólk sleyga, er tað ikki sagt, tað hevur nakað upp á seg.

Niels.
Hesum kann eingin greiða betur frá enn Dánial sjálvur.

Dánial (errin).
Eg taki ikki inn at mær tað, fólk slatra og sleyga um túnanar.

Pætur.
Nú haldi eg, vit eru farnir at tosa um ting, sum ikki nýtast at skrivast á okkara nasar. -

Niels.
Heldur tú tað, Pætur? Eg haldi, at tað kemur okkum við, av tí at vit kunnu vænta okkum at sleppa í brúdleyp.

Pætur.
Ja, tað sansaði eg ikki. - Át og brennivín, tað er altíð tað, Niels á Tanganum fyrst hugsar um.

Niels.
Halt tú bara kjaftin til, Pætur, tú manst vilja gloypa eftir einum bita, so væl sum eg.

Pætur (reisir seg).
So fara vit at ragga okkum víðari fram, tí tað er væl ikki ætlanin, at vit skulu verða sitandi her til nátturðartíð?

Dánial.
Gevið tykkum nú stundir, eg haldi, at Kristina ætlar tykkum ein munn av kaffi.

Niels.
Nei, slepp okkum heldur undan; vit hava drukkið næstan fyri hvønn køst, vit hava skoðað.

Dánial.
Vilja tit ikki hava ein bita av mati meðni, nú fer at verða millummálatíð.

Pætur.
Tað skal eg ikki kasta aftur.

Dánial.
Ja, verðið so sitandi meðni, tað er ikki leingi at borðreiða.

Pætur.
So skal eg skjóta uppá, at vit fara at hyggja at køstinum hjá Mikkjal í Degnastovuni, meðni Kristina setur á borðið, so kunna vit koma inn aftur at eta ein bita, áðrenn vit fara í Garðar.

Niels.
Ja, hatta var orðið, Pætur. Tað er ikki betri sunnheitsformaður í landinum, enn tú.

Dánial.
Ja, so siga vit tað.

(Teir fara. Í tí sama kemur Karin Margreta inn).

Pætur.
Nú kemur ein ung genta inn at vitja teg, Dánial, tað er hvørt sítt - ólíka enn vit báðir jassarnir.

(Teir fara og lata dyrnar aftur).

11. sc.

Dánial.
Kristina er uttari í køkinum, Karin Margreta, tað er nokk hana, tú vilt hitta.

Karin Margreta.
Nei, hesu ferð er tað teg, eg vil tosa við.

Dánial.
Við meg? Set teg niður meðni og kom við tí.

Karin Margreta.
Eg var inni hjá mostur í gjár eftirmiddag. -

Dánial (hálvfoyur).
Vart tú tað?

Karin Margreta.
Hon fortaldi mær eitt, - tú gitir kanska, hvat tað var?

Dánial (lágmæltur).
Jú, so er tað ikki so ringt at gita.

Karin Margreta.
Eg varð bilsin, tá eg hoyrdi tað, kanst tú væl ætla. Kristina grunar tað væl ikki?

Dánial.
Nei og satt at siga, so ræðist eg fyri, at hon ger eina gølu, tá hon fær at vita tað.

Karin Margreta.
Eg hevði ikki hildið tað løgið, um hon gjørdi tað. Tí fyri eina gentu í hennara aldri er tað ikki bara stuttleiki at fáa stjúkmóður.

Dánial.
Tað hjálpir nú ikki til. Einki rættsiktað fólk kann krevja, at ein pápi skal halda av at giftast uppaftur, fyri tí børnunum ikkí líkar tað.

Karin Margreta.
Eg skal ikki siga tær ímóti í tí; men harfyri er tað líka sárt fyri børnini, ið hvussu er, tá tey eru vorðin so gomul sum Kristina.

Dánial.
Sjálvsagt skal eg skifta búgvið við hana sum ein góður pápi, og eg skal á ongan hátt ræna hana.

Karin Margreta.
Tað er ikki tað, tað kemur ann uppá.

Dánial.
Ja, ja, nakrar túsund krónur meir ella minni hevur tó nakað at siga kortiltina.

Karin Margreta.
Tú heldur ikki, at tú við nøkrum túsund krónum kann keypa Kristinu til at innast eini stjúkmóður. - Hevur tú ikki gloymt, hvussu hon helt saman við síni egnu mammu, so veitst tú, hvussu tað vil svíða hana í hjartað, at tú setur eina aðra í tað tóma plássið.

Dánial.
Eg havi higartil gingið í tí hopi, at hon skuldi sissa seg og taka Niels Kristian, sum hevur tann góða garð, so kundu tey giftst alt fyri eitt. Tá vóru báðir partar slopnir úr øllum vanda.

Karin Margreta.
Eg ræðist fyri, at tá fyrstani hevði tað ringa byrjað av álvara hjá henni.

Dánial.
Heldur tú, hon hevði fingið betri og sámuligari mann enn Niels Kristian?

Karin Margreta.
Hoyr nú meg, Dánial! Eg havi tænt hjá tær í fimm ár, meðan kona tín livdi, so eg havi ein slags rætt til at spyrja teg, um tit bæði livdu so lukkuliga saman, sum tit livdu, bert tí tú vart sámuligur og fólkaligur við hana.

Dánial (stillisliga).
Eg skal ikki nokta, at vit gjørdu nógv út av hvørjum øðrum.

Karin Margreta.
Og so vilt tú forlanga, at dóttir tín skal giftast upp á bera sámuligheit og einki petti annað? Hvat heldur tú mamma hennara hevði sagt, um hon var her og hoyrdi tað?

Dánial.
Eg haldi, at hon hevði skilt, at eg hugsi um Kristinusar gagn og besta.

Karin Margreta.
Og um ta nýggju giftu tína, - ja verð nú ikki illur!

Dánial.
Ja men, harra Jesus! hvat skal eg gera meðni? Tak og legg mær onkur ráð, um tú kanst.

Karin Margreta.
Hvat tú skalt gera? Tað liggur beinleiðis fyri, vildi eg sagt: lat hana fáa hann, ið hon vil hava.

Dánial.
Torvald, sum einki eigur? Heldur tú, at tað er forsvarligt gjørt móti henni, at eg taki helvtina av formúguni frá henni, við at eg giftist uppaftur og ikki syrgi fyri at fáa henni viðurlag á annan hátt?

Karin Margreta.
Ikki hevði eg trúð, at tú vart so forblindaður, Dánial. - Tá tú onga kenslu hevur av, at tú gert ilt verri við at skilja hana frá Torvaldi og kúga hana aftur at Niels Kristiani, so er tað vónleyst at tosa longur við teg. Sig henni so heldur frá øllum alt fyri eitt. So veit hon, hvat hon hevur at halda seg til.

Dánial (turkar sær um ennið).
Tað er dekans, sum tú ert hørð við meg, Karin Margreta!

Karin Margreta.
Nei, men tú ert harður við Kristinu, so harður, at tað er skomm fyri teg. - Ein ting skal eg siga tær enn, Dánial, síðan skal eg tiga: Harðleiki tín móti Kristinu fer at forbitra giftarmálið hjá tær og Karin mostur; tað fer at pína hana allar dagar, at hon hevur verið uppií at vera atvold í ólukku Kristinusar, tí Karin mostir er tað besta fólkið, eg kenni, og hon ger aldrin við sínum góða vilja nøkrum menniskjabarni fortreð. Men í morgin tann dag skal hon fáa at vita, hvussu alt stendur til.

Dánial (fer á føtur).
Tað skalt tú ikki vága tær, tú!

Karin Margreta (frílig).
Jú, tað skalt tú fáa at síggja. Og mostir er vitugari fólk enn so, at hon ikki skuldi dugað á at skyna, hvat maður tú ert.

Dánial.
Tú kanst bara royna at blanda teg í mínar sakir!

Karin Margreta.
Tínar sakir? Tú minnist nokk ikki til, at mostir eisini er partur í sakini og Kristina við! Vilt tú hava kríggj, Dánial, so skalt tú fáa tað! Men tú gert nokk klókari í at hugsa teg tvær reisur um, áðrenn tú letur giftarmálið við Karin mostur fara fyri skeyt.

Dánial.
Mostir tín hevur játtað mær . . .         

Karin Margreta.
Men hon tekur orðini aftur, tað skalt tú fáa at síggja, tá hon fær at vita, at einasta dóttir tín av teirri orsøk skal verða kúgað mót sínum vilja. Og tað lovi eg tær, Dánjal, at áðrenn sólin er sett, skal mostir fáa alt at vita.

Dánial (í vanda).
Men brúka tó títt forstand, Karin Margreta!

Karin Margreta.
Brúka tú heldur títt forstand, Dánjal! Tú hevur ikki fastari støðu hjá mostur enn so, at tað er skjótt at taka beinini undan tær.

Dánial (grunar).
Men um eg gangi inn uppá at leggja tað niður fyri fyrst, hatta við Niels Kristiani?

Karin Margreta.
Soleiðis spæla vit ikki. Tú mást geva henni loyvi at fáa Torvald. Nei ella ja! Dánial.

Dánial (eymkar seg).
Lat meg tó sleppa at hugsa meg um!

Karin Margreta.
Tú fært ikki frið við betri vilkorum, tað kanst tú vera vissur í.

Dánial (turkar sveittan av sær).
Soleiðis hevur eingin trongt meg fyrr í mínum lívi. (Sunnheitskommissjónin hoyrist koma). Og nú koma køstaskoðararnir aftur!

Karin Margreta.
Nei ella ja - alt fyri eitt!

Dánial.
Ja, ja, for devulin! (gevandi seg) Eg havi ikki eingong fingið stundir at biðja Kristinu seta mat á borðið.

Karin Margreta.
Tað kann eg hjálpa henni við (skal fara).

Dánial.
Tú skalt ikki tala eitt orð við Kristinu um tað, vit hava tosað um.

Karin Margreta.
Nei, havi eg ikki lov at tala, so tigi eg (fer út í køkin).

12. sc.

Dánial (einsamallur).
Tað er ikki stuttligt at krúpa til krossin, men tað vóru ikki onnur ráð!

(Køstamenninir koma. Longu áðrenn teir eru komnir inn, sigur)

Pætur.
Tað visti eg, áðrenn eg fór, at køsturin hjá Mikkjali var fúlur.

13. sc.

(Teir koma inn).

Pætur (kátur).
Nú vóru vit aftur. Hvat gott hevur tú nú til okkara?

Niels.
Ja, nú eri eg svangur.

Dánial.
Nú skal skjótt verða borðreitt. Karin Margreta hevur so uppihildið meg við snakki, at eg havi gloymt at biðja Kristinu seta á borðið. - Setið tykkum nú niðurat!

(Kristina kemur inn við einum dúki; hon heilsar køstamonnunum og leggur dúkin á).

Dánial.
Eg støkki út eitt eygnablikk, men eg skal verða aftur í stundini, eg skal bara senda eini boð til skómakaran.

Niels.
Hann stendur júst her niðanfyri og tosar við húskall tín; skal eg rópa hann?

Dánial.
Takk skalt tú hava; tað er ov nógvur ómakur, eg kundi væl farið sjálvur.

Niels.
Tosa nú einki um tað, tað er eingin ómakur (fer út).

(Kristina gongur út og inn og fæst við at borðreiða. Karin Margreta gongur henni til handa og sæst av og á í køksdurunum).

Pætur.
Eg hoyri, at skómakarin ætlar at selja húsini?

Dánial.
So er.

Pætur.
Er hann ikki nakað grovur við prísinum?

Dánial.
Tað haldi eg ikki, somikið eru húsini verd millum brøður.

14. sc.

(Skómakarin og Niels á Tanganum koma inn).

Pætur.
Her hava vit skógvabyggjaran. -

Dánial.
Set teg niður, skómakarin og fá tær inn í munnin við okkum. Ætlan mín var at tosa eitt sindur meira við teg um húsasalgið.

Knút.
Eg spekuleri upp á at seta húsið í bløðini, um eg á tann hátt kundi fingið keypara.

Dánial (avsíðis við Kristinu, sum kemur úr køkinum).
Rópa mær á Torvald, eg vil tosa við hann.

Kristina (brigdandi).
Hvat skal hann gera? Er tað ætlan tín, at tað, ið okkara millum er, skal verða kunngjørt fyri øllum hesum fremmandafólkinum?

Dánial.
Rópa hann, sigi eg!

Kristina.
Nei!

Dánial.
Dett skuldi tú ikki nokta, dóttir mín! (vendir sær í køksdyrnar). Karin Margreta! Vilt tú ikki rópa Torvald inn higar?

Kristina (spakuliga men ill).
Ætlar tú at gera bæði honum og mær fyri skommum?

Dánial.
Nú skal reiðiligheit koma á alt hetta vásið. (Kristina vil fara). Nei, ver tú her og lurta væl eftir tí, eg sigi. (Við hini). Tit róku upp undir í áðni, at tað var komið í tos, at eg ætlaði mær at giftast uppaftur. - Tað er best at gera enda á hesum túnatosinum, og eg sigi tað bart út, at um ein mánað ella so, tá eg havi fingið pappírini í ordan, so geri eg brúdleyp við Karin í Búð, einkjuni eftir Jógvan í Búð.

Niels.
Dett tonkti eg nokk, at okkurt var í tosinum!

Pætur.
Hatta haldi eg vera eina vituga gerð, Dánial.

Niels.
So verður stórt brúdleyp, áðrenn ein veit orðið av (steðgar brádliga, tá Kristina fer fram).

Kristina (hyggur fast í eygu pápa síns).
Stjúkmóður - - -              

Dánial.
Tað sleppur tú ikki undan, all tann tíð eg giftist. - Tað eru ikki onnur ráð, enn at fáa teg gifta í sama viðfangi (leggur hondina á økslina á henni).

Kristina (hálvgrátandi).
Pápi, lat meg sleppa út . . .

Dánial.
Nei, verð tú verandi og lurta eftir, inntil úti er. (Við hini) So kunnu tit fortelja, at tað er við mítt vitandi og vilja, at dóttir mín er forlovað við Torvaldi húskalli mínum, og at tey halda brúdleyp við mín vilja, so skjótt sum hon er liðug at seyma klæðir og dýnur og annað, ið til hoyrir.

Kristina (vendir sær móti honum).
Hvat segði tú, pápi?

Dánial.
At tú kanst fara og taka um hálsin á Torvaldi; har er hann!

Torvaldur (sum, meðan tey hava tosað, hevur staðið í roykstovudurunum og lurtað, stígur fram).
So var tað óneyðugt, at eg legði niður í skrínið. (Tekur um miðjuna á Kristinu).

Pætur.
Tað má eg siga, vit eru komnir í gildi í dag!

Niels.
Nei, sovorðið hendir ikki á hvørjum sinni, vit eru og skoða køstar.

Dánial.
Eitt var eftir, og tí var tað, eg sendi boð eftir skómakaranum.

Niels.
Mestur fer hann at giftast eisini! latið okkum lurta væl eftir.

Skómakarin.
Tað er júst mín ætlan, men eg skal giftast anonymt.

Pætur.
Anonymt? Er tað tað sama sum at taka kongabræv?

Skómakarin.
Tað vil siga, at eg gifti meg við eini dannaðari damu í Havn, so tað fær eingin av tykkum at síggja.

Dánial.
Og av teirri orsøk hevur hann selt húsini.

Skómakarin.
Tað veit eg ikki av; hvør hevur keyp tey?

Dánial.
Seymugentan, er ikki so Karin Margreta?

Karin Margreta.
So er tað eisini anonymt, sum skómakarin sigur, tí eg veit heldur ikki av tí.

Dánial.
Tað er, sum eg sigi. Skómakarin skal hava 4000 krónur fyri húsini, og tað ið í restar hjá tær av peningi, skalt tú fáa frá mær. Slært tú ikki til, skómakarin?

Skómakarin.
Hetta pergarerar, tað gongur so skjótt, at tað er ikki meiri, enn eg sansi meg. Sjálvsagt slái eg til. (Slær í hondina á Dániali) 4000 krónur fyri húsið, tinglesing betali eg, frítt at fara í húsini 1. apríl pro anno, sum lærdir menn siga.

Dánial (við køstamenninar).
Tit skulu vera vitnir.

Pætur og Niels.
Jú, jú, tað er sjálvandi. (Pætur leggur hondina á).

Karin Margreta.
Nú kenni eg teg aftur, sum tú vart, tá eg tænti hjá tær, Dánial. Takk skalt tú hava!

Dánial.
Føra kríggj móti tær ráði eg øllum frá, betri at binda frið, áðrenn kríggið byrjar. Her hevur tú hond mína, Karin Margreta.

Karin Margreta.
Her hevur tú mína, Dánial.

Kristina (spakuliga).
Og her hevur tú báðar mínar, Torvaldur.

Torvaldur (á sama hátt).
Tað munar ikki (tekur um hana) Eg taki teg alla sum tú ert, við hold og hár.

Dánial.
Nú skulu vit fáa okkum nakað niður í búkin. Verið nú øll so góð og havi tykkum fram at borðinum.

Sigga (setur høvdið innum). Man eg ikki hava gloymt ein stavputt her í áðni?

Dánial.
Nú var Sigga her eisini. Kom inn við, tí nú skal eingin verða uttanduraður.

(Øll setast).

Pætur (fær Siggu til at sita hjá sær).
Kom Sigga, undir liðina á mær, tí har sum hjartarúmd er, har er húsarúmd.

(Talan fellur um eitt og annað, inntil Pætur reisist á føtur).

Pætur.
Nú eri eg búgvin at halda eina røðu, og tað skal vera um gifting og konufólk. - Tað er nú eingong soleiðis skikkað, at konufólk kunnu vit ikki vera frá; alt vil giftast. Torvaldur og Kristina halda nokk tað, at tað er náttúrunnar ordan, at tey giftast, tey eru ung, og sum vera man, flest øll vilja halda, at slíkt hoyrir ungdóminum til. Men við tí er ikki sagt, at ein maður ikki kann hava hug at erra sær á, um hann er komin eitt sindur til árs, og har haldi eg, at øll verða á mínum máli um, at Dánial bóndi er ein maður, sum væl kann giftast aðru ferð; honum manglar hvørki midlar ella kropsevni. Og so tað vælsignilsi av góðum mati og drekka, ið kann væntast at koma yvir hesa bygd av báðum brúdleypunum, - tað er ikki í smáum. - Skómakaran sigi eg minni um; men er tað so, at hann fær eitt konufólk upp í seg og heldur seg vera giftingaføran, so lat hann tað. Nú haldi eg, at vit skulu gera, sum tey plaga at gera, tá tey eru á fundum, vit skulu rópa hurrá.

(Øll rópa hurrá).

Torvaldur.
Aftan á røðuna, sum Pætur helt, haldi eg, at vit áttu at kvøðið eina vísu um kvinnurnar!

(Tey kvøða)

Hvat er tað, sum tanki mín søkja vil?
Ja, gentan elur mangan ungdómsdreymin,
minnið um hana, tað treingja vit til,
tí hon kann temja ólukku streymin.

Hon lýsir sum stjørnan á myrkastu nátt,
hon elur so mangan ungdómsdreymin.
Tað ringasta kamar hon ger til eitt slott,
tí temja kann hon ólukku streymin.

Tað ringasta kamar hon ger til eitt slott,
hon elur so mangan ungdómsdreymin,
og eydnuna førir inn um so manga gátt,
tí temja kann hon ólukku streymin.

Drotning í huganum mongum hon er,
tí gentan elur mangan ungdómsdreymin;
til sinnið so ofta hon gleði ber,
tí temja kann hon ólukku streymin.

Og gentuni takka vit allir vist,
tí gentan elur mangan ungdómsdreymin;
høvdu vit ei hana, vit mikið høvdu mist,
tí temja kann hon vanlukku streymin.

 

To top

Viðmerkingar

Leikurin “Tá øll vildu giftast” er upprunaliga danskur, fyrstu ferð prentaður í bókini hjá Peder R. Møller: “Mellem Landsbyfolk”. Á kápuni stendur: “Tre enakts Lystspil. Kjøbenhavn og Kristiania. Gyldendalske boghandel, Nordisk Forlag MDCCCCXI”, tað er 1911.

Teir tríggir leikirnir eru:

“Tvende Par. – Lystspil i en Akt”,
“Indbrudstyven. – Lystspil med Sange i en Akt”,
“Gifteri. – Lystspil med Sange i en Akt”.

Formæli høvundsins er staðsett í “Vesterled”, Vesterskerninge:

“Ved at udgive nærværende tre Lystspil har jeg søgt at imødekomme de mange Dilettanter, der fra alle Egne af Landet har anmodet mig om ny Komedier, som ikke stiller store Krav til Sceneudstyr. Og da jeg af Erfaring ved, at Dilettanter saavelsom Tilskuere sætter Pris paa, at en Komedie indeholder Sange, har jeg indlagt saadanne i disse Smaastykker.”

Peder Rasmussen Møller var føddur í 1848 á Lindholm í Vester Skerninge, sum er beint vestan fyri Svendborg á Suðurfjóni. Fyrstu bók sína, eina ævisøgu, læt hann úr hondum í 1881 “Mads Hansen, en levnetstegning”, og tvey ár seinni, í 1883, gav hann út fyrsta leik sín: “Under hammeren”.

Serliga kendur gjødist hann fyri sangleikir sínar, og hesir fýra vórðu settir á pall í til tað stórum leikhúsum í Keypmannahavn:

“Under Hammeren”, Skuespil i 3 Akter (2. Akt i 2 Afdelinger) af Peder R. Møller. Frumsýndur 11. desembur 1883 á Dagmarteatret.

“En vilje”, Folkelivsbillede med Sange og Kor i 4 Akter af Peder R. Møller. Musiken af Emilius Wilhelmi. Frumsýndur 8. oktobur 1886 á Folketeatret.

“En Skærsild”, Folkeskuespil med Sange i 5 Akter (4. Akt i 2 Afdelinger) af Peder R. Møller, Musiken af Nikolaj Hansen. Frumsýndur 9.oktobur 1887 á Folketeatret.

“Isen brydes”, Folkeskuespil i 4 Akter af Peder R. Møller. Frumsýndur 2.novembur 1890 á Folketeatret.

Peder Rasmussen Møller doyði í 1926  Í 1943 varð minnissteinur reistur honum. Á honum stendur:

Forfatter
Peder ˑ R ˑ Møller
F. 1848 – D. 1926

I UNGDOMMENS KREDS – I DE ÆLDRES LAG
HAN STRED FOR SANDHEDS OG GODHEDS SAG
OG SANG OM DANEMARKS LYKKE

REJST AF VENNER ˑ1943

Tveir av leikunum hjá Peder R. Møller eru týddir til føroyskt og komu út í bók: “Millum bygdafólk – tveir sjónleikir”. Umsett hevur J.H. Poulsen. Prentsmiðja Frams MCMXXV, tað er 1925.

Týðarin, Johan Hendrik Poulsen, var føddur í Skopun í 1869. Gentur úr Sandoynni vóru fyrstu føroyingar, sum vóru á donskum háskúla. Sjálvur var Johan Hendrik frá 1890 fýra ár á trimum háskúlum: Testrup, Askov og Vallekilde. Hann var lærari í Skopun frá 1912 til 1939 og sat á løgtingi frá 1897 til 1908 og frá 1916 til 1932. Frá 1906 umboðaði hann Sjálvstýrisflokkin í Sandoyar valdømi. Hann doyði í 1954. Johan Hendrik var giftur við Súsonnu Katrinu f. Winther av Sandi, og saman við bróður hennara, Mads Andriasi (1871-1923), skipaði hann fyri fyrsta fólkafundi, hildin varð í Føroyum. Hetta var 2. hvítusunnudag (14. mai) 1894 í Sandarhaga, uppi undir Brúnni. Ætlanin við fundinum var: “at vekja hugin hjá føroyingum til fólkligan framburð.”

Um tað sigur Rannveig Winther í grein um Mads Andrias Winther:

“Saman við Jóhan  Hendriki Poulsen úr Skopun, ið var á Vallekilde sama árið (1890/91), skapti Mads Andrias ein nýggjan sið í Føroyum – fólkafundirnar. Teir skipaðu fyri fyrsta fólkafundi her á landi. Fyribrigdið fólkafundir í hesi merking var eftir danskari fyrimynd. Donsku háskúlarnir høvdu opnar fólkafundir bæði úti og inni. Tað er tí ivaleyst við háskúlanum sum fyrimynd, teir hava siðin. Men tað er eisini, sum um hesin nýggi tjóðskaparandin stældi tey, ið tóku undir við honum, at útinna okkurt nýtt og gagnligt fyri fólkið.”

(Men allir góðir tankar leggjast ei á deyðastrá, fyrrenn aðrir góðir tankar eru sprotnir av teirra sáð), “Kvørnin” nr. 2, 1999.

Í føroysku útgávuni stendur “Tá øll vildu giftast” fyrstur. Hann nevnist í donsku útgávuni “Gifteri”. Seinni leikurin í føroysku útgávuni er “Tvinni pør”, sum á donskum nevnist “Tvende Par”. Triði leikurin í donsku útgávuni, “Indbrudstyven” er ikki týddur.

Rímiliga eru nøvnini á persónunum týdd til føroyskt, og okkurt annað er lagt nærri at viðurskiftum, sum kend eru í føroyska samfelagnum. Her verður sett upp eitt yvirlit yvir, hvussu persónarnir verða nevndir á donskum og føroyskum:

Mads Killerup, Gaardmand
Dánial í Ólavsstovu, ríkur bóndi.

Kirstine, hans datter
Kristina, dóttir hansara.

Thorvald, hans tjenestekarl
Torvaldur, húskallur í Ólavsstovu.

Karen Margrethe, sypige
Karin Margretha, seymugenta.

Knud Petersen, sadelmager
Knútur, skómakari

Grete Boks, Byens “graa Avis”
Maggu-Sigga, søgusmetta.

Peder Hammerløv, Niels Pil, Frederik Hjulmand, Skorstenssynsmænd
Pætur á Hamri, Niels á Tanganum, sunnheitskommissión.

Vit síggja, at saðilsmiðurin verður skómakari í føroysku týðingini, og skorsteinsskoðarar verða sunnheitskommisión. Hjá okkum eru menninir tveir, í danska upprunatekstinum tríggir. Í upprunaleikinum verður tilskilað, at “handlingen foregaar i Mads Killerups Gaard”. Týðarin metir tað vera óneyðugt at nevna, at leikur fer fram á garðinum hjá Dániali í Ólavsstovu.

Sum áður nevnt vóru leikirnir hjá Peder R. Møller í stóran mun sangleikir. Vísast kann á, at nótahefti “for 1 sangstemme og Klaver” kom út í 1935: “Mellem Landsbyfolk. Tvende Par. Node: Kbh. & Leipzig, Wilhelm Hansen, Musik-Forlag, 1935, 7 s.”

Í danska tekstinum eru sangirnir fimm í tali.

Fyrst syngur:

KAREN MARGRETE

Sang 1.

I Havets Dyb, hvor ej Øjet bunder,
og Lyd ej rækker, en Løndom blunder;
den rører paa sig, men røbes ej,
naar Kølen furer den vaade Vej.

Og Havet ligt er det unge Hjerte,
dér slumrer ofte en dulmet Smerte;
kun Livets rastløse Bølgekluk
formaar at dæmpe et lønligt Suk.

Saa mangt, som skuffer, kan let forglemmes,
men Haab, som brister, i Hjertet gemmes;
et Saar kan heles, som Livet slog,
men Ar tilbage der bliver dog.

Hesin sangur verður ikki týddur. Í staðin setir týðarin her inn 1. og 2. ørindi (av trimum) av kenda sanginum “Mangar kvinnur í huganum stirdar”, sum Rasmus C. Effersøe yrkti til leikin “Best man vera sum er”, 1895 (sí LEIKRIT  5 s. 33).

*

Síðan syngur

GRETE BOKS

Sang 2. (Fynsk Mundart.)

Omkring Klokken elve en Avten forle’en
kom je gaaje over Marken hen mod Madses Gaard.
Je gik kun saa langsomt, men li’som je tre’en
omkring Havehjørnet - ja, hvad tror du saa, der staar?
Tænk, der staar et Par
Kærst’folk, og de har
Armene omkring hinanden, Jøsse, den var klar!

Je kendte dem straks, og je tænkte paa Stedet:
Det ved rige Mads da vistnok ette nove om,
og han bliver sagtens nok ette henrykt ved’et,
naar hun tær en fattig Stymper uden Lov og Dom.
Men saa tænkte je:
Det kommer ingen ved,
hvis de selv kan tie med’et, saa ka savtens je!


Henda sangin ger týðarin til eitt langt tilsvar, sum MAGGU-SIGGA ber fram.

*

Nú syngja Kristina og Torvaldur

Sang 3.

KIRSTINE

Hvad kan det os vel skade,
lad Folk blot sige, hvad de vil,
vi to er lige glade
og lytter ej dertil.

TORVALD

Men kan du ikke nok forstaa,
at saadan Snak mig krænke maa.

KIRSTINE

Lad være blot at ofre
en Tanke mer derpaa.

BEGGE

Hun: Lad være blot at ofre
        en Tanke mer derpaa.

Han:  Nej kære, jeg maa ofre
          min Tanke tidt derpaa.

TORVALD

Om ej du ejed mere
end det, hvori du staar og gaar,
du var endda af Piger
den, som mit Sind attraar.

KIRSTINE

Og var du som en Krøsus rig,
ej højere jeg elsked dig.
Vi to vil holde sammen,
trods alt, usvigelig.

BEGGE

Vi to vil holde sammen,
trods alt, usvigelig.

Henda sangin ger týðarin um til tilsvar millum Kristinu og Torvald, frá tí Kristina  sigur: “Lat tey so siga tað, hvat kann tað saka okkum! ...”. Og so setir týðarin inn tveir sangir. Tann fyrri, sum Torvaldur syngur,  er “Vilt tú elska meg, tá stundir líða?” Tann seinni, sum Kristina syngur er “O! tú, sum huganum mínum vendi.”

Fyrra sangin yrkti Hans Andrias Djurhuus. Hann er prentaður í “Tingakrossi” 17. mai 1905 undir dulnevninum “Ragnar”. Lagið hevur Otto Lindblad gjørt.

Hans Andrias hevur helst eisini yrkt tann seinna. Hann verður sungin til norskt fólkalag: “En liten gut ifra Tistedal’n”. Til er ein upptøka, har Nicolina Jacobsen, av Kamarinum í Havn, syngur sangin: Tónleikafelagið 50 ár. 3. diskur,  nr. 5. Hetta sama lagið verður eisini brúkt til sangin “Nú vil eg ikki av orðum spara”, sum verður borin fram í leikinum “Hjá Dalabóndum” (sí LEIKRIT 3 s. 45-47).

*

Næstseinasta sangin syngja teir, sum í føroysku týðingina nevnast Pætur á Hamri, Dánial í Ólavsstovu og hann, sum í upprunaleikritinum nevnist Frederik Hjulmand (hann er ikki við í føroysku týðingini).

Sang 4.

PER HAMMERLØV

Af alle Samfundssager her i vort lille Land,
er Brandvæs’net dog det fornemste;
for derom kan vi let blive enig alle Mand,
at Ildløs er nove af det gremste.
Hvis alle de Penge blev samlet i en Hov,
som Ildbrand’ne koster - sikke en Masse!

FREDERIK HJULMAND

Og vi saa maatte dele dem, ok, hille dov!
det fyldte i en slunken Pengekasse.

MADS KILLERUP

I Køvsti, hvor Hus’ne er Sten fra Top til Taa,
er Faren et saa stor, som her paa La’et.

PER HAMMERLØV

Nej, det har du Ret i, og vi ska hovse paa,
at der har de lettere til Va’et.
Og derfor jeg siger, at Skorstensmænd’ne her
paa La’et, de har Ansvar, skul’ jeg mene.

FREDERIK HJULMAND

Ja, det er rejte nok jo, jeg holder med Per,
det er en vigtig Ting med de Skorstene!

Innihaldið í hesum sanginum er bara partvíst tikið við sum tilsvar í leikinum.

*

Eftir er so lokasangurin, sum øll syngja:

Slutningssang.

ALLE

Ungdommen ej har Eneret paa
Livet i Fryd og Gammen;
selv naar man bliver gammel og graa,
Pjalterne slaar man sammen.
Men vi tør vædde en imod ti,
Lykken dog helst staar Ungdommen bi,
derfor vi tror, De mest Sympati
har for de unge her i Aften.
Ja, vi tør vædde en imod ti,
De har, som vi, dog mest Sympati,
for de to unge, hvis Gifteri
vi har tilrettelagt i Aften.

Í staðin fyri hetta eina ørindið, hevur føroyski týðarin sett fimm fýra reglu ørindi, sum ikki kunnu sigast at vera ein týðing av danska tekstinum, men heldur standa í minninum sum ein kvinnulovprísan burturav.

*

Sum nevnt fremst í hesum viðmerkingunum kom hesin leikurin út í bók í 1925, men hann er týddur og spældur nøkur ár fyri tað. Hetta skilst av greinini hjá Kristini í Geil: “Sjónleikur í Føroyum”, Varðin 5, 1925. Her fegnast høvundurin um, hvussu røsk fólk í Sandoynni eru at seta á pall leikir á føroyskum máli, og hann leggur dent á, “at fólkið sjálvt skapar líkindini”:

“Tað er gjørt í Skopun, har ansurin fyri sjónleiki er so mikið livandi, at hann var mentur at seta upp stór og prýðilig samkomuhús við eini væl hóskandi og sera snotuligari sjónleikarhøll. Hon var vígd um føstulávint 1923 við sjónleikinum “Ófriðarligar tíðir” – ein stórhendingur í bygdarsøguni. Í árunum frammanundan vóru spældir tveir føroyskir leikir: “Tvinnu[sic.] pør” og “Tá øll vilja[sic.] giftast”, umskapaðir úr donskum av J.H. Poulsen. Skopun er nú einasta stað í Føroyum við “føstum teatri” – og tað er ein heiður fyri bygdina.”

Hetta er um somu tíð, sum Ungmannafelagið “Samljóð” verður stovnað. Meira frættist um hetta í grein hjá Katrinu Joensen í “Kvørnini” nr. 11, 2008.

Framførslurnar í Skopun kunnu tíðarfestast til fyrstu árini í 1920-talinum. So varð “Tá øll vildu giftast” spældur í Kvívík 1927, á Velbastað 1928, í Gøtu 1933 og 1943, í Klaksvík 1936 á fyrstu Norðoyastevnuni, Kollafirði 1957 og í Haldarsvík 1969. Helst er hann framførdur aðrastaðni við.

Í “Varðanum” 6. bind, 1926, umrøður Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum, nevndu leikir stutt í greinini: “Føroyskar bókmentir í 1925, Eitt yvirlit.”

“J.H. Poulsen hevur verið rætt heppin í sínari umseting av Peder R. Møller: “Millum bygdafólk”. Hetta er so sætt hvørki eins við Homeros ella Shakespeare; men vælgjørt arbeið kemur altíð til gagns, og at hesir báðir sjónleikir falla fólki í Føroyum, vil brátt prógvast við at teir verða leikaðir á bygdum, har ansurin fyri sjónleiki ikki enn er so spiltur av “biograf” el. “livandi bílætum” sum í Havn.”

 

 

To top

Heimildir

Heimildir:

Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981

Effersøe, R.C: “Best man vera sum er”, 1895 (LEIKRIT 5, 2012)

Effersøe, R.C: “Hjá Dalabóndum”, 1892 (LEIKRIT 3, 2011)

Holm Isaksen, Kristin: “Sjónleikur í Føroyum”, Varðin 5, 1925

Joensen, Katrina: “Ungmannafelagið Samljóð”, Kvørnin nr. 11, 2008

“Mellem Landsbyfolk. Tvende Par. Node: Kbh. & Leipzig, Wilhelm Hansen, Musik-Forlag”, 1935

Møller, Peder R.: “En Skærsild. Folkeskuespil med Sange i 5 Akter (4. Akt i 2 Afdelinger). Frumsýndur 09.10-1887 á Folketeatret.

Møller, Peder R.: “En Vilje. Folkeskuespil med Sange og Kor i 4 Akter. Musiken af Emilius Wilhelmi. Frumsýndur 08.10-1886 á Folketeatret.

Møller, Peder R.: “Gifteri. Lystspil med Sange i en Akt.”, 1911

Møller, Peder R.: “Indbrudstyven. Lystspil i en Akt”, 1911

Møller, Peder R.: “Isen brydes. Folkeskuespil i 4 Akter. Frumsýndur 02.11-1890 á Folketeatret.

Møller, Peder R.: “Mads Hansen, en levnetstegning”, 1881.

Møller, Peder R.: “Mellem Landsbyfolk. Tre enakts Lystspil. Kjøbenhavn og Kristiania. Gyldendalske boghandel, Nordisk Forlag MDCCCCXI.”

Møller, Peder R.: “Millum bygdafólk – tveir sjónleikir. Umsett hevur J.H. Poulsen.” Prentsmiðja Frams MCMXXV.

Møller, Peder R.: “Tá øll vildu giftast”, 1925. Jóhan Hendrik Poulsen týddi.

Møller, Peder R.: “Tvende Par. Lystspil i en Akt”, 1911

Møller, Peder R.: “Under Hammeren. Skuespil i 3 Akter (2. Akt i 2 Afdelinger.” Frumsýndur 11.12-1883 á Dagmarteatret.

Rasmussen, Rasmus: “Føroyskar bókmentir í 1925. Eitt yvirlit.” Varðin 6. bind, 1926.

Tingakrossur 17.05-1905

Tónleikafelagið 50 ár. 3. diskur, nr. 5.

Winther, Rannveig: “Men allir góðir tankar leggjast ei á deyðastrá, fyrrenn aðrir góðir tankar eru sprotnir av teirra sáð.” Kvørnin 2, 1999.

 

 

To top

Summary

Writen in Danish and published in 1911, the play “Tá øll vildu giftast” (“When Everybody Wanted to get Married”) certainly belongs to the innocent light genre.

It takes place in the country. Kristina, a widowed farmer’s daughter, is in love with the farm hand. Her father is against the marriage, mainly because he wants his daughter to marry someone rich. He does not, however, reveal that he himself has in mind to remarry. Their former house maid, who is Kristina’s friend, comes to her rescue, because she has some unexpected inside knowledge that might disturb the widower’s plans of marriage.

The translator J.H. Poulsen, a teacher in the village Skopun, where the Faroese version of the play was first performed early in the 1920’s, has literally moved the play from Denmark to the Faroes. The characters all have Faroese names, and their occupation in life is not typically Danish but Faroese, as are the names of the places where the different characters live. This certainly has made the audience feel at home while watching the play, and probably accounts for it’s popularity during the next fifty years of regular performance in different Faroese villages.

 

To top