Skip to main content

Vinarlig hjún

Torvald Tu

Sjónleikur í trimum pørtum, 1927

Upprunaheiti: Kjærlege par, 1926

Nyholm Debess týddi úr norskum

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

 

Tey spælandi

Læars í Urðargerði, uppafturgiftur.

Lisa, uppafturgift.

Ólavur, sonur Læars.

Elinborg, dóttir Lisu.

To top

Fyrsti Partur

Stova í Urðargerði. Hurð høgrumegin (inn í kovan) og hurð á aftasta veggi (út í køkin). Vinstrumegin vindeyga, ein rúturin er at lata upp og aftur. Við hurðina høgrumegin er prýðiligur bonkur. Í horninum skáp. Næst hurðini á aftasta veggi er bíleggarovnur. Vinstrumegin er song. Undir vindeyganum vinstrumegin ein rósumálað kista. Mitt á gólvinum borð. Stólar sum til ber.

Læars í Urðargerði (einsamallur, kvøður):

Í friði góðum, her eg hugi mær, falderá!
Eg eigi konu, - raska fyri tvær, falderá!
Ja, kona mín er blíð og týð og glað, falderá!
tá hon fær alt, sum hon vil hava tað, falderá!

Vit liva saman sum tað best ber til, falderá!
Ein betri mann hon aldrin finna vil, falderá!
Og púra beint, at hon nú gleðir seg, falderá,
tí meg hon fekk, - hon narrar ikki meg, falderá!

(Hann er komin at standa við vindeygað, kagar út - steðgar - sær nakað áhugavert uttanfyri. Fer tætt inn til glasið. Ger seg forvitnan - letur upp rútin, men stillisliga og varliga, og starir út uttan nakran ans fyri nøkrum øðrum.)

Hvat? - Hvat síggi eg? - Humm - tey narra ikki meg - tey vilja mussast! - Hygg nú - hygg har - har hevur hann armin um miðju hennara! - (slær seg á knæið). Hæ, hæ, hæ, pílar og skot tú - tað er eitt mirakul við hesum ungdóminum.

Lisa í Urðargerði (inn høgrumegin frá við einum hosum).

Læars (kagar út, sær ikki konuna).
Har? Har! - Nei - jú - nú! - Hygg nú! Hygg nú! Hey!

Lisa (kemur forvitin).
Hvat er tað nú, tú stendur mær uppi í ljósinum fyri?

Læars (vendir sær knappliga).
Pílar og skot tú - tú gjørdi meg so skakkan!

Lisa (gongur móti vindeyganum).
Eg spyrji, hvat tað er, tú nú stendur og gløir eftir!

Læars.
Tað var bara nakað - smávegis -

Lisa (kagar út).
So? Eg helt teg vera so løgnan, tá eg sá teg.

Læars.
Tað var bara okkurt, eg stóð og tvætlaði fyri meg sjálvan.

Lisa (hyggur út).
Eg dugi ikki at síggja nakað.

Læars (stillar seg hjá konuni).
Nei, tú dugir ikki at síggja, har nakað er at síggja. - Tú finnur ikki blettin!

Lisa.
Hvar er so bletturin?

Læars (skumpar hana, fær sær pláss við vindeygað. Hyggur áhaldandi út hann sum konan: tey standa lið um lið).
Lat meg nú síggja!

Lisa (fer ikki frá sínum).
Hvar er bletturin, spyrji eg . . . ?

Læars.
Har sum hann er, hoyrir tú. (Kagar - slær seg á knæið). Pílar og skotinar tú. Har sita tey. - Tey narra ikki meg! -

Lisa.
Hvør situr? - Hvar? - Svara nú Læars!

Læars (peikar).
Hygg Lisa - sonur mín og dóttir tín.

Lisa (toyggir seg).
Segði tú Elinborg og . . .

Læars.
Jú, og Ólavur sonur mín eisini . . . !

Lisa.
Hvat um tey?

Læars.
Tey vóru við at munnmøtast eitt lítið sindur!

Lisa.
Hvat vóru tey? - Munnmøtast?!. . .

Læars.
Munnmøtast ja, - eitt lítið sindur! Tey sita samankrøkt niðri á grótinum í garðshorninum! -Tey narra ikki meg!

Lisa (fer frá vindeyganum).
Far og tala tey til rættis. -

Læars (er eisini komin fram á gólvið).
Hví tá?

Lisa.
Tey skulu ikki bera seg soleiðis at -!

Læars (smílist).
Á, lat tey nú sleppa at stuttleika sær eitt sindur! -

Lisa.
Tað heldur tú. - (Meðan hon knappliga bregður sær á). Tú vildi kanska havt álvara burturúr, teirra millum?

Læars.
Hvat skuldi verið til hindur fyri tí? Teimum dámar vist hvørt annað so frægt at...

Lisa (blæsur).
Hø - dámar!

Læars.
Ja - dámar!

Lisa (tveitir honum hosurnar).
Hygg her hevur tú reinar hosur! - Nú skiftir tú alt í einum, so eg fái stoppað hasar, tú gongur í. Eg vil nú ikki hava teg tvassandi í holutum hosum, sum tú higartil hevur havt til vana. -

Læars.
Nei, nei - nei, nei! Eg skal skifta! (Setir seg).

Lisa.
Kvika tær nú - alt í einum!

Læars.
Jú, men tú ert so bráð. (Fer at skifta hosur).

Lisa.
Og so er tað best, at eg fari at taka mær av teimum báðum niðri í garðshorninum.

Læars.
Lat tey nú sleppa at sita har niðri enn eina løtu og teska.

Lisa.
Nei, so sanniliga um dóttir mín skal sita longur har niðri við soni tínum!

Læars.
Tú og eg, vit eru tá eitt! - Tá kann væl eisini blíva par burtur úr teimum báðum.

Lisa.
Á tað var nú meira av óvart enn annað - at eg tók teg . . .

Læars.
At tú fekst meg, meinar tú? Og fekst ognina bæði innan- og uttangarðs, og so húsið aftrat. . .

Lisa.
Jaha - tú sigur nakað, Læars . . .

Læars.
Jaha - eg segði nakað, Lisa . . .

Lisa.
Hvør var tað, sum fekk pengar at loysa út skuldina, sum lá á garðinum - tað mundi væl ikki vera tú, Læars í Urðargerði? - -

Læars (slær út við hondini).
Jú - vist átti tú nakað av peningi. - Tað skal eg ikki nokta.

Lisa.
Eg eri í stórum iva um, hvør ið átti mest, tú ella eg? - Av øllum! -

Læars.         
Lat okkum nú ikki tala meira um hetta.

Lisa.
Ikki tað? - Nei, tú vilt væl ikki tað!

Læars.
Eg átti ogn, og tú átti pening. - Eg var einkjumaður, og tú vart einkja! Eg vildi hava teg, og tú vildi hava meg!

Lisa.
Á - tað var nú helst tú, sum vildi hava meg, hugsi eg!

Læars.
Eg fekk teg eisini. – Annars mundi tú tráa eftir mær eisini, tær nýtist ikki dylja.

Lisa.
Ikki tráaði eg eftir tær, sum tú eftir mær.

Læars.
Hvat gjørdi tú ikki? Tú gekst bara sjúk og sleikti tær um munnin, hin gamla!

Lisa
Nú tegir tú!

Læars.
Ája, gift blivu vit, hvat tú so sigur.

Lisa.
Ja - tá tú fekk lokkað meg til . . .  

Læars.
. . . Og eg átti son, og tú átti dóttur, hvat skuldi skaða, um tey bæði eisini funnu hvørt annað?

Lisa.
Eg vil ikki hava tað soleiðis.

Læars.
Veitst tú, hvat tú ert, kona? - Ein tápugás! -

Lisa.
Hvat sigur tú?

Læars.
Jú, tað ert tú - tín “Býtta-Lisa”. - Tá ið eg átti ognina og húsið, og tá ið tú hevur sett pening til, og sonur mín og dóttir tín fáa alt samalt eftir okkum - tá skuldi væl stílingin verið góð nokk?

Lisa.
Nei, hon er ikki góð nokk! Dóttir mín kann fáa hann, ið frægari er!

Læars.
Nei, tað sigur tú ikki.

Lisa.
Jú, tað sigi eg. Sjálvan sonin til sýslumannin, til sýslumannin ja! Tá tað um kvøldini er dansur á Krossteigi, tá er tað eina við Elinborg hann dansar.

Læars.
Lort í tað, um hon dansar við sýslumanssoninum. Nei, hasum lurti eg einki eftir. Elinborg og Ólavur, tey munnu vera so at siga fríggjarafólk nú - tey narra ikki meg!

Lisa.
Nú fari eg beinanvegin at reka tey úr garðshorninum. (Gongur móti aftasta veggi).

Læars (skundisliga og forðar henni)
Tað skalt tú ikki gera Lisa!

Lisa.
Jú, eg skal!

Læars.
Tú skalt ikki! pílar og skot, tú!

Lisa.
Far burtur frá hurðini!

Læars.
Hví skuldi eg nú tað! - Tú narrar ikki meg.

Lisa.
Tey kundu gjørt annað, ið nyttugari var, enn at sita har niðri í garðshorninum.

Læars.
Leygardagur er, tað seinkast, brátt líður móti sólsetri. Nei men er tað ikki lívið um at gera. Lat tey bara sita í friði og stuttleika sær eitt sindur.

Lisa.
Hon skal ikki sita har saman við Ólavi.

Læars.
Ólavur er líka góður sum Elinborg!

Lisa.
Tá alt verður samanlagt, so er tað kortini Elinborg, ið eigur garðin, tað kann eg fortelja tær.

Læars.
So, tað var nakað nýtt!

Lisa.
Tað var mín peningur, ið kvittaði alla tína skuld.

Læars.
Hvat so?

Lisa.
So eigi eg alt!

Læars.
Er tað soleiðis, tú roknar tað út?

Lisa.
Júst so, ja. Alt títt var so niðursokkið í skuld, at tað hevði sæð illa út fyri tær, hevði tú ikki verið so heppin at fingið meg til konu.

Læars.
Humm - var tað heppin tú segði?

Lisa.
Tað var tað!

Læars.
Eina ferð átti eg eina góða konu.

Lisa.
Hasa ramsuna kenna vit.

Læars (við gráturødd).
Aldrin komi eg at gloyma Maluna!

Lisa.
Far nú burtur frá hurðini.

Læars (brádliga).
Tú, tú gongur í stakkinum hjá Maluni! Tú narrar ikki meg!

Lisa (hyggur niður at sær).
Hvat skuldi tað saka?

Læars.         
Eg gevi tær ikki loyvi! Eg vil ikki hava tað.

Lisa.
Ja so. Men tú tá, tú gongur bæði í brókum og troyggju eftir fyrra manni mínum, Peri! - So gevi eg heldur ikki loyvi til tess!

Læars (tekur í brøkurnar).                 
Hetta, sum gryður allastaðnis, og sum illa er ífarandi. Men stakkurin, tú gongur í, hann er mest sum nýggjur! - Tú narrar ikki meg!

Lisa.
Tú kanst gott fáa hann aftur! (Loysir stakkin niður um seg og stendur eftir í reyðum undirskjúrti). Hygg her, her hevur tú hann, og nú ver so góður, lat teg úr troyggju og brókum!

Læars.
Pílar og skot tú! - Skal eg - -?

Lisa (kvikliga).
Ja, tað skalt tú og tað bæði skjótt og brátt.

Læars.
Tað kanst tú ikki meina!

Lisa.
Hevur tú ikki fingið stakkin aftur?

Læars.
Jú, jú! -

Lisa.
So skalt tú koma við troyggjuni og brókunum hjá Peri! -

Læars.
Nú havi eg gingið so leingi í hesum klæðum, at eg haldi meg hava hevdsrætt til tey, - tað mátti tú kunna fatað . . .

Lisa.
Ja, so havi eg eisini hevdsrætt til stakkin! - Kom aftur við honum!

Læars.
Nei, nú hevur tú latið teg úr honum - og alt. - Nei, tú narrar ikki meg. (Fiólspæl hoyrist uttanfyri vinstrumegin.) Pílar og skot tú! - Nú hevur Ólavur fingið fatur í fiólina. (Fer ímóti vindeyganum og kagar út. Ein kvikligur springari verður spældur.)

Lisa (gongur ímóti vindeyganum og vil eisini kaga)

Læars.
Gakk burtur við tær! Gakk! Gakk burtur! Her hevur tú einki at gera.

Lisa.
Kann eg ikki eisini sleppa framat?

Læars.
Tað kanst tú als ikki - hetta er mítt vindeyga. (Spælið hoyrist nú longri burtur og verður brátt við at tagna).

Lisa.
Eg eigi eisini í húsunum, tí eg havi kvittað skuld tína.

Læars.
Hví vart tú so tápulig? Har sært tú. Tú narrar ikki meg. - Annans: Halt tú teg hasumegin, tú. Har høgrumegin stovuna, har kanst tú vera.

Lisa.
So, nú vilt tú skifta stovuna sundur ímillum okkara?

Læars.
Vit kunnu hava hvørt sín helmingin. Her er vindeygað, hesumegin vil eg vera. Tú narrar ikki meg.

Lisa.
So fái eg báðar hurðarnar.

Læars.
Na-hei - markið er her, mitt eftir hesari hurðini (Mátar á hurðini á aftasta veggi.) Annars kann eg smoyggja mær út og inn gjøgnum vindeygað, um eg vil.

Lisa.
Tú sleppur ikki at stíga á kistuna, tí hon er mín.

Læars.
So skal hon ikki standa mínumegin stovuna.

Lisa
Tú kanst bara skúgva mær hana yvirum.

Læars
Tað kanst tú sjálv gera.

Lisa
Nei, tá ið tú ikki vilt hava hana standandi, sum hon stendur, so kanst tú sjálvur flyta hana.

Læars
Lat hana bara standa; men verður tað neyðugt, so nýti eg hana sum fótatraðk. Tú narrar ikki meg.

Lisa.
Tá er tað betri, at eg sjálv flyti hana yvirum. (Togar og rykkir í kistuna.)

Læars.
Toga nú, hin gamla.

Elinborg (kemur inn frá aftastu hurð.)

Lisa.
Kom Elinborg, kom og hjálp mær at flyta kistuna.

Elinborg
Flyta kistuna?

Læars.
Móðir tín er blivin í ørviti. - Púra steinbýtt.

Elinborg.
Ja, men, hvat skal nú hetta til?

Lisa.
Eg skal hava kistuna yvir um mínumegin. 

Læars (fer til høgru).
Men hesin stásbonkurin, hann er mín! (Flytur hann yvir í hornið við vindeygað.)

Lisa (hevur endiliga fingið kistuna yvirum).

Læars.
Hetta er mítt borð. (Togar tað yvirum til sín).

Lisa.
Seingina eigi eg. (Togar í hana).

Elinborg.
Hvat er tað, tit havast at?

Læars.
Pílar og skot, dóttir mín! Vit skapa frið á jørð, millum mann og konu.

Ólavur (kemur inn frá aftastu hurð).
Nei, hvat er hetta fyri eitt “Sodoma”? Eru tit vorðin ør?

Elinborg.
Ja, eg eri nærum at trúgva tí.

Lisa (sínumegin).
Elinborg, kom nú higar.

Læars (sínumegin).
Kom tú higar, Ólavur.

Lisa.
Tú Elinborg er dóttir mín, og tú hyggur ikki at hasum vesalavættinum.

Ólavur (fer yvir til Elinborg).
Tit skulu vita, at Elinborg og eg eru góð. Og tað, tit fáast við, leggja vit okkum ikki uppí.

Lisa.
So, tað vilja tit ikki leggja tykkum uppí! Veitst tú, at Elinborg kann fáa sýslumannssonin, bara hon vil. Tað havi eg vissu um, og - - -

Elinborg.
Nei, tegið nú mamma við slíkum tvætli.

Lisa.
Er ikki satt, sum eg sigi? Vil hann ikki dansa við tær og alt møguligt? Ólavur er bert sum ein neyðars beiggi fyri tær, hann - 

Elinborg.
Nei, tað er hann ikki.

Lisa (vanvirðisliga).
Á nei, hann kann heldur ikki berast á tungu sum beiggi tín, og sum fríggjari tín - ikki at tala um. - At tú skalt leggja lag í hann, í álvara!

Elinborg.
At tygum kunnu siga slíkt!

Ólavur.
Elinborg og eg eru longu trúlovað.

Læars.
Tað er ferð á ungdóminum nú á døgum.

Lisa.
At tit ikki skammast!

Ólavur.
Ikki tað sum eitur.

Lisa.
Nei tú, nei, tað var ikki væntandi. - Men tú Elinborg, hevur tú bitið høvdið av allari skomm?

Elinborg.
Hvat havi eg at skammast um?

Lisa.
Ert tú ikki dóttir mín?

Elinborg.
Jú, eg veit ikki annað.

Lisa.
Ja, og eg vil ikki hava, at tú kemur í hóslag við handa øskudólgin har.

Elinborg.
Tá tygum tóku faðirin, kann eg væl taka sonin.

Læars.
Pílar og skot Elinborg, tú typpir hina gomlu.

Lisa.
Stendur tú har og øsir dóttur upp ímóti móður síni.

Læars.
Á, móðirin er ikki mætari enn so, tú narrar ikki meg . . .

Ólavur (syngur).
(Lag: Saa raud og rund gjeng maanen ned.)

Tit finna ikki gentu, ið er mær meiri kær,
enn hana, sum í hjartanum man búgva.
Eg gentu kanni mær,
hana eingin annar fær,
og hon skal mær og ongum øðrum trúgva.

Og svarað mær hon hevur: hon vil bert hava meg,
tað var tað besta svar, eg kundi vænta.
Nú sælur eri eg,
fann gentu fríða mær á veg,
eg vil við onga aðra gentu fjanta.

(Leggur armin um Elinborg - hon gevur seg inn at honum).

Lisa.
Á, tit eru nøkur lítið siðað børn. Vilja tit nú sleppa hvørt øðrum, og tað skjótt.

Læars.
Bara, bara, bara kroystið tit hvørt annað, børn, tað er hugurin, ið drívur verkið. Tit narra ikki meg. (Gongur móti høgru. Vil fara út í dyrnar har.)

Lisa (forðar honum).
Skuldi tú ikki latið teg úr klæðunum hjá Peri?

Læars (við stakkinum undir arminum).
Eg fari innar at goyma stakkin hjá Maluni. (Smýgur sær undan henni og fer inn.)

Lisa.
Sæð slíkt! Hoyrt slíkt! - Goyma stakkin, tá ið hann gongur bæði í troyggjuni og brókunum hjá Peri. (Fer skundisliga aftaná.)

Ólavur.
Lat okkum nú setast, Elinborg.

Elinborg.
Heldur tú tað?

Ólavur (setist undir Elinborg.)
Nú er tað einans vit bæði.

Elinborg (hálsfevnir hann).
Ja, vit bæði einsamøll.

Ólavur (vaggar hana í fanginum).
Góða Elinborg, tú er frálík! Á, sum tú ert frálík! Nei, eingin er frálíkari enn tú!

Elinborg.
Meinar tú tað nú?

Ólavur.
Og tað spyrt tú um?

Elinborg.
Eg meini tað sama um teg.

Ólavur.
Tað segði tú eisini í áðni niðri í garðshorninum.

Elinborg.
Tað gjørdi tú við . . .

Ólavur.
Ja.

Elinborg.
Ja.

Ólavur.
Ja.

Elinborg.
Ja - tað gjørdi tú.

(Tøgn)

Ólavur.
Men hvat sigur tú um tey gomlu, ið eru vorðin ill?

Elinborg.
Ja - men hvat mundi atvoldin vera?

Ólavur.
Mundi tað ikki vera hin gamla hjá tær, sum ikki helt meg vera nóg góðan til tín? - Faðir mín, hann hevur tá eitt sindur av skili; - men móðir tín.

Elinborg.
Faðir tín kann mangan vera nóg so løgin.

Ólavur.
Tá er tað hin gamla hjá tær, sum hevur argað hann.

Elinborg (reisist og slítur seg leysa).
Nei, nú er einki høpi í talu tíni.

Ólavur.
Hon var nú so findarglað um, at hin gamli skoytti um hana, tað veit eg. Tað eru trý, fýra ár síðani, og eg var tá sekstan ára gamalur, so eg minnist tað fullvæl.

Elinborg.
Heldur tú, at móðir mín hevur gingið eftir faðir tínum?

Ólavur.
Helst man tað vera. Men kom nú og set teg aftur á fangið.

Elinborg.
Aldrin vil eg sita á tínum fangi meira.

Ólavur.
Eg ivist ikki í, at tú vil - kom nú.

Elinborg.
Heldur tú, at eg vil gera alt, sum tú biður meg um?

Ólavur.
Ja, tað haldi eg. Skuldi eg ikki hildið tað?

Elinborg.
Nei, tað skalt tú aldrin meira hugsa tær. Eg geri tað ikki. Eg vil ikki.

Ólavur (reisist).
Men Elinborg, hvat bilar tær nú, Elinborg?

Elinborg (kvøður).
(Lag: Paal sine høner paa haugen utslepte.)

Gakk nú og syft teg og ger teg so erpnan,
ja fekk tú fyrr, men nú svari eg nei.
Trúgv mær, eg dugi at venda mær aftur
og bíta, tá eri eg alt annað enn greið.
Gita, gita, gita nú drongur,
gita, gita, gita nú drongur,
um eg skoyti um at eiga teg longur.
Nei ikki skalt tú hugsa tær
at renna eftir mær.

Ólavur.
Góðasta genta eg so bønliga biði
teg um ikki at fara burtur frá mær.
So góður og blíður eg tær vera skuldi,
einans at eg visti, at tú hjá mær var.
Hoyr nú, hoyr nú, hoyr meg eg biði,
hoyr nú, hoyr nú, hoyr meg eg biði,
lat okkum liva her á garði í friði,
í góðari semju, í kærleik og trúgv.

Elinborg.
Nei, eg nú sigi, og tað skalt tú vita
ikki vil eg longur sita tær undir lið.
Pakka teg burtur og kom ikki aftur,
nú vil eg hava fyri tær frið.
Glø nú, glø nú, statt har og gapa,
glø - við longu nøs og statt har og gapa,
Aldrin tú vinnur, tú skal dvína og tapa.
Nei, ikki skalt tú hugsa tær
at renna eftir mær.

Ólavur.
Er hetta álvara títt, Elinborg?

Elinborg.
Ja, tað er tað! Stutt og greitt, reint og klárt!

Ólavur.
Tú segði tó ja, bæði niðri í garðshorninum, og so eisini onkuntíð áður . . .

Elinborg.
Men kortini sigi eg nei nú. Nei, nei, og aftur nei. - Hevur tú hoyrt tað?

Ólavur.
Tú ert ein neytakona.

Elinborg.
Tað hevur tú ikki sagt áður.

Ólavur.
Ja, men tá ið tú ikki vilt meg hava - so -

Lisa (stendur í durunum høgrumegin)

Elinborg.
Tú segði, at móðir mín gekk eftir faðir tínum. Tú skalt sleppa frá at siga, at eg renni eftir tær.

Ólavur.
Men Elinborg, góða Elinborg.

Elinborg (hermir).
Elinborg, góða Elinborg. Eg eri í parti við móður mínari, og so kunnu tit koma, bæði tú og faðir tín.

Lisa (kemur fram).
Hatta var sum tikið úr mínum egna barmi, dóttir mín! Vit skulu hoppa høgt við hasum báðum skræpugjólingunum. - Mundi tað ikki vera eg, sum kvittaði alla skuld her í Urðargerði, tá ið eg kom higar? Ja, eg spyrji bara, hvat mundi Læars verið uttan meg?

Ólavur (illur).
Eg hugsi, at hann hevði verið ivaleyst so frægur, sum hann nú er, og væl so tað. Faðir mín var nógv ov góður at koma saman við teg, og eg eri eisini nógv ov góður til Elinborg. Nú kenna tit mína hugsan.

Elinborg (loypur á og gevur honum ein undir vangan. - Við gráturødd).
Tað er tú, sum vil hava meg; men tað eri eg, sum ikki skoyti um teg, vesælavætti títt!

Ólavur.
Noyðist tú at sláa meg, tá tú ikki skoytir um meg?

Læars (stendur í durunum, - hann er í undirklæðum og blakar troyggju og brøkur í høvdið á Lisu.)
Hygg, her hevur tú stásið hjá Peri, fyrra manninum, nú skalt tú ikki siga, at tú ikki hevur fingið tað! – Pílar og skot tú! Tú narrar ikki meg!

 

To top

Annar partur

 

Sama stova, móti kvøldi. - Á borðinum brennur lampa. Nú stendur borðið undir vindeyganum, har kistan stóð áður.

Lisa (situr í undirskjúrti á kistuni, ið nú stendur í stovuhorninnm høgrumegin. Tendrað tálgaljós stendur á kistuni við síðuna av henni. Hon bøtir eitt skjúrt).

Elinborg (situr á stóli á høgra marki og kagar í eitt blað).
Ólavur (situr á stóli á vinstra marki nær við Elinborg. Roynir av og á at kaga í blaðið sum Elinborg heldur á. Nú og tá førkar hann stólin fyri at nærkast Elinborg, men torir ikki rættiliga, tí hon hyggur hvørja ferð ilsliga eftir honum).

Læars (situr við borðið. Hann situr við brillum og lesur avísina).

(Bæði Lisa og Læars gloyma tó ikki at eygleiða tey ungu. Aftan á eina tøgn):

Ólavur (kvøður).

Lag: Nye Stev.

Og summar gentur sum flogsur renna,
við hvønn ein drong tær nú fjasa, flenna.
Og summar gentur tær bróta eið,
frá ja í fjør til í ár eitt nei.

Elinborg.

Og summir dreingir teir slatur bera,
teir nyttisverk ongan dagin gera.
Og hvør ein drongur undir oyra fær,
tá hann ov naskur mær kemur nær.

Ólavur.

Tú trýrt, tú dugir so væl at svara;
men hoyr meg, lítla mín, tú kanst teg spara.
Tú trýrt teg vinna við hvørt eitt kast,
men eg kann geva tær svarið hvast.

Elinborg

Tú heldur teg vera drongin balda,
sum lagnu míni skal ráða – valda.
Tú heldur teg vera gyltan fong;
eg skoyti ikki um slíkan drong.

Ólavur

Á, lítla mín, væl tú kanst at tvætla,
so skilaleyst sum ein hvør kann ætla.
Á, lítla mín, tú ert nærum ør,
slíkt merkist, tá ein er eiðasør.

Elinborg

Tær nýtist ikki teg erpnan gera,
eg haldi teg nóg so grønan vera.
Tú heldur teg vera valamann;
so mætan drong eg væl fáa kann!

Læars.
Á, tegið nú, - tegið nú við tykkum! Og haldið uppat við at gera meg heilavillan av hasum tvætlinum! Latið meg sleppa at lesa hetta tíðindafróða blaðið í friði.

Lisa.
Lat okkum eisini sleppa at hoyra.

Læars.
Tú skalt ikki vænta at hoyra nakað hasumegin, tínumegin, - blaðið er mítt, tú narrar ikki meg.

Lisa.
Ger sum tú vilt.

Læars.
Tað er júst tað, eg geri.

Lisa.
Pávi - har tú situr.

Elinborg (Til Ólavs, ið toyggir seg nóg so nær henni).
Gakk burtur við tær.

Ólavur.
Nei, eg fari ikki burtur.

Lisa (við Læars).
Og eg skal sita her og gløa og nærum einki síggja, einans tí tú hevur tikið lampuna yvir um til tín.

Læars.
Hvat er tað, tú tvætlar um?

Elinborg.
So, Ólavur!

Ólavur.
Eg nam ikki við teg, korta nei - als ikki.

Lisa.
Noyðist eg ikki at bøta kjóla mín nú?

Læars.
Tað kundi tú gjørt um dagin.

Lisa.
Tá átti eg kjóla, men tú tókst hann.

Læars.
Púra beint av mær.

Lisa (blæsur).
Tú ert ein góður maður, tað skal eg lova fyri.

Læars.
Nógv ov góður fyri teg - tú narrar ikki meg.

Ólavur (reisist).
Nei, ikki er her at sita, lat meg fara í fjósið at brynna.

Elinborg.
Far tú bara! Her man eingin vera, ið saknar teg.

Ólavur.
Nú fari eg.

Læars.
Ja, ger so, Ólavur. - (Tekur lampuna) Eg fari upp á loft eftir amboðum. - Bringureimin slitnaði hjá “Brúna” í gjár, og eg má gera hana aftur!

Ólavur (fer).

Lisa.
Ætlar tú okkum at sita eftir í bølaniðu?

Læars.
Tað er nornadómur, Lisa mín! -

Lisa.
Á, døm tú meg bæði her og der, kom higar við lampuni!

Læars.
Ógjørligt vinur mín - eg skal sjálvur nýta hana! -

Lisa.
Hasa reimina kanst tú bøta í morgin.

Læars.
Hvat skal eg so gera í kvøld, Lisa?

Lisa.
Tá ið tú endiliga skalt arbeiða, so finnur tú okkurt annað at fjasast við.      

Læars.
Vilt tú, søta mín, kanska hava meg at mussa teg? - Pílar og skot tú!

Lisa.
Tig við tær - og halt kjaft!

Læars (kvøður).

Lag: Nye stev.

Og summar kellingar so ljótar ganga,
og kjaftur teirra hoyrist vegin langa,
Ja, summar kellingar, ja, trúgv tó mær,
tær ikki eiðasørt líkjast tær!

(Tekur lampuna og fer móti hurðini.)

Lisa.

Og summir býttlingar erpnir reypa,
við sleyg og eiturkynt slatur leypa! -
Teir birta ófrið og elva stríð;
tað tekur alla teirra strævnu tíð. -

Og tá eg líti at tær - í sýni,
tá síggi eg í eitt kálvatrýni!
Og tá eg nakka tín fái sjá,
enn meira vamlisligur ert tú tá.

Læars.

Og summar kellingar kjaftin mýkja,
við skorti rukkuta altíð ríkja!
Ja, summar goyggja og glepsa við,
- til tess at deyðin gevur teimum frið!

Tú narrar ikki meg! (Fer út við lampuni. Tað myrknar inni.)

Lisa.
Á, tín skræðugákur - nú rýmir tú. Eg skuldi givið honum tað so dygt og fast!

Elinborg.
Ja, nú er tað hann - pápin, sum vil stíla fyri øllum!

Lisa.
Hann er ikki pápi tín, og tí skalt tú ikki nevna hann við navninum!

Elinborg.
Eg kann siga Læars!

Lisa.
Ja. Læars kanst tú siga — ella óargadýrið! Tí hann er eitt óargadýr!

Elinborg.
At tygum kundu skoyta um h a n n ?

Lisa.
Ja, tú dugir lítið at ætla, hvussu hørm eg nú eri!

(Stutt tøgn.)

Men tað vil eg siga tær, tú tekur ikki son hansara - tann ómagan!

Elinborg (suffandi).
Nú verður aldrin gott aftur millum Ólav og meg!

Lisa.
Set teg endiliga at kúra - fyri hansara skuld! . . . Nei, ikki skuldi tú latið at tær funnist av slíkum smáputli? avynnubarnið!

(Tøgn eina løtu.)

Ætlar tú at setast inni í kvøld - alt kvøldið?

Elinborg.
Eg havi mjólkað neytunum, so eg haldi. - -

Lisa.
Tað er ikki tað, eg meini. - Einhvønn stuttleika mátti tú havt at farið til! Er ikki dansur í kvøld á Krossteigi?

Elinborg.
Tað er tað vist.

Lisa.
- - Og so fert tú ikki!

Elinborg.
Eg havi ikki sinni.

Lisa.
Nei, lurta nú eftir henni. Man ikki sýslumanssonurin vera har? - hvat er tað nú, hann eitur?

Elinborg.
Haraldur.

Lisa.
Haraldur ja! - Tað var navnið! Man hann ikki eisini vera har? -

Elinborg.
Tað er einki um at ivast.

Lisa.
So sanniliga fór eg, um eg var í tínum stað. Eg havi frætt, at hann gongur og fjeppast uppi í tær. He, he, he!

Elinborg.
Hann meinar einki við tað.

Lisa.
Tað skalt tú ikki siga. Er fiskurin at kenna, letur hann seg eisini draga.

Elinborg.
Tygum tvætla mamma. Eg leggi ikki petti lag í hann!

Lisa.
Leggur tú ikki lag í hann? - (rópar) sýslumannssonin!

Elinborg.
Um hann so var kongssonur, varð eg aldrin góð við hann.

Lisa.
Tað er kanska onkur annar, sum tær dámar betur?

Elinborg (svarar ikki).

Lisa (toyggir seg ímóti henni).
Tú skal ikki smæðast mammu tína, - sig tað bara!

Elinborg.
Tegið við tygum, mamma! 

Lisa (firtin).
Ikki haldi eg, at tær nýtist at vera so hulig móti mær.

Elinborg.
Tygum duga, ið hvussu er, ikki at fata meg!

Lisa.
Dugir móðir tín ikki at fata!

Elinborg.
Kunna tygum siga - hvat er kærleiki?

Lisa.
Tað skuldi eg so væl kunnað, hetta er tá annað hjúnabandið. - Nú skal eg siga tær - kærleiki er sum smørið - verður ov heitt, so bráðnar hann og rennur burtur, og tá noyðist tú at lata hann á tøtt íløt við  góðum loki. Og í kuldanum tá, veitst tú, harðnar smørið og verður so ónýtiligt, at einki gerst við tað. Men dugir tú at finna passandi hita, sært tú - tá er kærleikin hóskandi og væl nýtiligur - júst sum eitt smørstykki. Lít á meg, eg kenni mannagongdina.

Elinborg (roynir at flenna).               
Tygara kærleiki er ivaleyst burturrunnin. Hann hevur verið ov heitur.

Lisa.
Tú situr og møsnar! - Men tín kærleiki, hann er vist ikki ov nógv bráðnaður - enn, ið hvussu er!

Elinborg.
Tygum mamma! Hoyr, kann - kann?

Lisa.
Kann - kann?

Elinborg.
Nei – kann?

Lisa.
Jú, eg hoyri - kann - hvat, kann?

Elinborg.
Kann - kann ein koma at dáma ein væl, eg meini rættiliga væl, tá ein hevur verið góð við ein annan frammanundan?

Lisa.
Tá ein hevur verið góð við ein annan sigur tú?

Elinborg.
Ja, tá ið ein hevur verið góð við ein annan! Vóru - tygum ikki góð við pápan? Ja, eg meini pápa mín!

Lisa.
Jú hann! Hann var ein vælsignaður maður! Og slíkt hjartalag. - Tú hevur gott at bregða til, Elinborg - bæði á faðirs og móður síðuna. Á ja, Per og eg hóskaðu væl saman.

Elinborg.
Hava tygum so ikki verið góð við Læars?

Lisa.
Góð við Læars?

Elinborg.
Ja, við stjúkfaðir mín?

Lisa.
Á, tað hevur nú verið upp á sín vís. - Eg kann heldur ikki siga, at eg ikki havi verið góð við hann. Men eg skal siga tær eitt Elinborg, og tað er satt, sum tað er sagt: Mannfólk eru ikki til at hava við at gera - sjálvt ikki tey tápuligastu. Ert tú vorðin gift, so gert tú slíkar royndir. (Kvøður.)

Lag: Paa Vossevangen, der vil jeg bo.

Um genta giftist, hon gott tað fær,
um góðan mann hon kann sær fáa.
Men onga eydnu hon finnur sær,
tá maðurin vil henni ráða. -
Ja, tá er lívið ringt og trupult við,
tú berjist - strevast, finnur aldri frið.
Varliga far - vandi er har –
tú ansa tær á tínum leiðum.

Ein maður sera løgin vera kann,
Tær royndir gjørdi eg so tíðan.
Sjálvt um eg illan hann aloftast fann,
so minnist eg væl mannin blíðan! -
Um so av ongum øði í hann spann;
so um eitt bil, so aftur blíðan mann!
Varliga far, vandi er har –
tú ansa tær á tínum leiðum.

Ja, maður sera løgin vera kann,
eg sjálv í royndum havi staðið.
Um letiskroppur sær konu vann,
hon noyddist streva fyri bæði.
Og ein er svartur - annar bláur er,
og triði grønur - fjórði gráur fer.
Varliga far - vandi er har,
tú ansa tær á tínum leiðum.

Nei, - mannfólk skuldu ikki verið til,
tey klandrið ljóta við sær bera.
Men konufólk hava vit og skil,
tey mugu høvd og hali vera.
Ein kona strevast móð og heit og sveitt,
og maður knarrar - ikki er tað greitt!
Varliga far, vandi er har,
tú ansa tær á tínum leiðum.

Elinborg.
Ja, men mamma! Tað hevði heldur ikki verið greitt, um eingi mannfólk vóru til!

Lisa.
Greitt? – Nei, tað er nakað um tað! (Tekur ljósið.) Kom tú nú við mær innar í kamarið, so skalt tú sleppa at lesa eitt bræv frá pápa tínum, - fyrra pápanum, - rætta pápanum, til mín, - tá ið vit vóru ung bæði. (Turkar tár av kinn.) Á nei, á nei, - sum Per var góður við meg. Per plagdi at siga - ja, pápi tín: “Tú Lisa - eingin blóman er so fríð og vøkur sum tú!” Og so kundi hann klípa meg eitt lítið sindur, skilur tú - he he he - he, - ja, tann tíðin, tann tíðin! (Suffar.) Ja, tað var í ungdómsdøgunum! Kom nú, so skalt tú fá sjá! (Fer út høgrumegin, Elinborg fylgir henni.)

(Tað verður enn meira dimmligt inni.)

Ólavur (kemur inn, hevur fiólina við sær – kvøður)

Lag: Eg sovi mær megi.

So mangan ein kvøldløta sælu mær gav,
tá sólin søkk niður við glæmu í hav.
Og kvøldfriður landið fevnandi goymdi,
tá mangan so fagran ein dreymin eg droymdi.

Tú býr mær í huganum genta mín góð,
og ynski mítt er - um tú hjá mær nú stóð.
Eg fevni teg, kyssi teg - fyri tær nígi,
og teski tær orðini eymu og blíðu.

Og fleyrið hitt lýggja tað kínir hvørt strá,
og mutlandi lækjan hon tutlar í á.
Hvørt ljóð til mín leitar og finnur mítt oyra,
í øllum eg navnið títt tykist at hoyra.

(Setur seg at spæla.)
Læars (kemur inn við einum kistli við amboðum. Hevur rossatýggir við sær. Hann kemur eisini við lampuni. Tað verður ljósari inni).

Ólavur (heldur uppat at spæla, tá ið Læars gott og væl er innkomin.)

Læars.
Hatta er púra beint Ólavur. Spæl tú springaran eggjandi, kvikan. Tað doyvir - og mennir. Hvar eru konufólkini?

Ólavur.
Eg veit ikki.

Læars.
Ikki eg heldur. Men okkurt fáast tey við, kenni eg tey rætt. Tey narra ikki meg. Men sig mær, hvat hevur tú nú ætlað?

Ólavur.
Eg ætlað?

Læars.
Ja, við gentuna.

Ólavur.
Eg veit ikki.

Læars. 
Nei, vitið tykist at tvørra.

Ólavur.
Elinborg er vorðin so tvør og ólagalig. Men Lisa hevur alla skyldina.

Læars.
Ja, tað veitst tú.

Ólavur.
Hvat skal eg nú gera?

Læars.
Einki skalt tú leggja í tað Ólavur.

Ólavur.
So?

Læars.
Ikki eitt vet. Aldrin latast um vón, so javnar tað seg alt í einum.

Ólavur.
Trýrt tú?

Læars (er farin í holt við umvølingina)
Eitt skalt tú gera! - Vera kaldur sum glerið.

Ólavur (í ovfarakæti.)
Nú móti vári. Tað verður ikki lætt.

Læars.
Trúgv mær, gentan fer ivaleyst at orna, hon narrar ikki meg.

Ólavur.
Um eg kundi trúð tær.

Læars.
Skuldi ikki sonurin trúð pápa sínum!

Ólavur.
Jú, tað skuldi so verið.

Læars.
Tú kanst tá ætla, at eg havi skil á øllum slíkum.

Ólavur.
Tað skuldi verið trúligt.

Læars.
Lat tú bara konufólkini spjálka, sum tey vilja, tey spjálka skjótt burtur av sær - og tá, kanst tú líta á, verða tey at spakna. Pílar og skot tú! Tá skalt tú bara síggja.

Ólavur.
Tá er best at lata sum einki.

Læars.
Júst so.

Ólavur.
Ja, so skal eg royna tað.

Læars.
Ella um tú sigur nakað við tey, so ljúgv.

Ólavur.
Skal eg ljúgva?

Læars.
Ja, sum tað ringasta lygivætti. Sært tú - tú sigur teg at hava gott eyga á bæði einari og aðrari gentuni. Tú hugsar øðrvísi nú enn áður. Jú, so mín sann, tey narra ikki teg.

Ólavur.
Hasi ráðini munu ikki vera so galin.

Læars.
Konufólkini taka sær tykni av teimum, og tað er endamálið.

Lisa og Elinborg (koma inn høgrumegin frá.)

Ólavur (situr og fingrar við fiólina, heldur knappliga uppat og leggur hana niður í fiólkistilin. Reisist.)
Nei, lat meg nú fara. (Tekur fiólkistilin og gongur móti hurðini.)

Læars (kveitir eftir honum).
Ja ja, far tú! Far tú bara.

Lisa (forvitin).
Hvar ætlar tú tær?

Ólavur.
Tað kann væl vera tær tað sama. Eg fari út.

Læars.
Hann fer út, út, skilir tú Lisa.

(Kvøður við bronglutum lag.)

“Ut vil jeg ut,
og så langt langt langt
- over de høje fjelde!”

Heilsa nú gentuni Ólavur, tú narrar ikki meg.

Ólavur.
Ja, tað skal eg gera (fer.)

Læars.
Pílar og skot tú! Hasin knassin bregður ikki burtur úr ætt.

Lisa.
Hvussu tá?

Læars.
Soleiðis gekk eg eisini í mínum ungu døgum, einari hjá, aðrari frá. Ja, tað var bara, meðan eg var ungur, Lisa.

Lisa.
Tú prátar, gert tú.

Læars.
Eg geri so, ja. Men Ólavur hin rádni, pílar og skot tú, hann hevur ikki eiti av gentueydnu. Tey narra ikki meg.

Lisa (háðandi).
Hann?

Læars.
Ja, hann, ja. Ein óviti var her í áðni, móður og pøstur, við boðum líka frá Brekkugarðinum, frá dóttur Símunar bónda, ja, og so eisini frá einum tveimum øðrum gentum, at tær endiliga vilja hava hann at koma. Eg hugsi, at hópurin av ungfólki finnist har í kvøld.

Elinborg,
Tað er ikki sannheit.

Læars.
Nei, tú trýrt væl ikki slíkum?

Elinborg.
Er tað sannheit?

Læars.
Tú kanst bara billa tær inn, at tað er lygn, tú Elinborg, tað er kortini hin reina og klára sannheit.

Elinborg.
Og so - hevur hann hjarta at ganga - líka til Brekku?

Læars.
Víst hevur hann so - hann er so fimur og lættur á fótum, tað tekur honum stutta tíð at renna har niðan. - Serliga tá ið genturnar senda boð eftir honum. — Hæ, hæ, hæ, hann narrar ikki meg.

Elinborg (við gráturødd).
Og ikki eitt orð hevur hann sagt mær.

Læars.
Hvussu kundi tú vænta tað?

Lisa.
Einki var rímiligari, enn at hann hevði sagt tað fyri henni - so nógv sum tey tala sínámillum. Bæði niðri í garðshorninum og aðrastaðni.

Læars.
Ikki nú longur, Lisa. Ikki nú longur. Tað var fyrr í kvøld, tá ið tey sótu niðri í garðshorninum, samanklínd og smáteskaðu, og - tey narra ikki meg.

Elinborg.
Sendi dóttir Símunar bónda boð segði tú? Var tað Astrid?

Læars.
Væl kann tað vera. Eg minnist ikki aftur, hvussu døtur Símunar nevnast. - Tað mundi vera Astrid. Haldi meg ørminnast um, at óvitin nevndi Astrid. Jú, víst var tað Astrid, jú.

Elinborg.
Eg dugi ikki at fata, at hann vildi fara.

Læars.
Ja, men er hatta ikki ein stásgenta, handa dóttir Símunar bónda?

Lisa (við Elinborg).
Har sært tú, hvussu álítandi hann er.

Læars.
At hann var fegin um boðini, tað sást skilliga, hann játtaði í stundini.

Lisa.
Kundi Elinborg ikki sloppið við?

Læars.
Tað hoyrdi eg einki um. Nei, nú siti eg ikki longur og bøti hetta. Umvølingin man vera ivaleysa góð. (Fer út aftastu hurð við amboðskistlinum).

Elinborg.
At Ólavur kann vera so skikkaður.

Lisa.
Ja, har sært tú, eg gevi ikki nógv fyri slíka genturippu.

Elinborg.
Man hann vera farin? - Kundi verið vert at vita.

Lisa.
Far tú bara og gev honum heilsu tína. Eina tílíka sum hann skal minnast eina góða tíð.

Elinborg (fer út aftastu hurð)

Lisa (einsamøll, kvøður).

Lag: Eg vil synge om min sorg.

Fyrst eg átti mær ein mann,
blíður, fittur, tað var hann;
Men hann doyði, gift eg varð á øðrum sinni!
Annan mann eg valdi mær,
umframt hann - ein illan garð,
gávi alt eg kundi rikið burt úr minni.

Eg kann gerast óð og ljót,
kundi tugt og meltað grót,
at við slíkum manni eg meg fór at gifta.
Neyðars meg, eg øtast má,
nú eg veit mær eingi ráð,
ilt er nú hjá mær at hugsa um at skifta.

Men tað tykist løgið mær,
tá hann hart mót’ hørðum fær,
um hann ikki skuldi vikað seg - eitt sindur?
Lat hann koma, tá hann vil,
her skal vera annað skil,
hann skal fylgja mær, sum var hann vorðin blindur.

Ólavur (inn í troyggju og húgvu á høvdinum).

Lisa.
Ert tú ikki farin enn?

Ólavur (er í skápinum og leitar)
Eg skuldi átt nakað harpiks her.

Lisa.
So - tú skalt í Brekkuna í kvøld?

Ólavur.
Hvør sigur tað?

Lisa.
Tað er tað sama. Eg veit tað nokk.

Ólavur.
Ja, so veit tú tað tá . . .

Lisa.
Og tú sum eisini gongur eftir Elinborg.

Ólavur.
Ja, tað verður ikki greitt hjá henni, tað veitst tú.

Lisa.
Greitt! - Verður ikki greitt? Hon sum kann fáa sýslumanssonin.

Ólavur.
Tá noyðist hann at hava tvær.

Lisa.
Tvær?

Ólavur.
Ja, tá ið hann er trúlovaður frammanundan, so . . .

Lisa.
Hvat? Trúlovaður frammanundan?

Ólavur.
Visti tú ikki tað? Við eini býfrøkun.

Lisa.
Og eg, sum meinti! - Og hann sum hevur dansað . . . Uff, sovorðin mannfólk!

Ólavur.
Nei, eg dugi ikki at finna harpiksið her. Kanska liggur tað í kommoduskuffuni (fer inn høgrumegin).

Lisa (fer aftaná).
Tú Ólavur, hoyr nú, Ólavur! (fer inn aftan á Ólav).

(Leikpallurin tómur eina løtu).

Elinborg (kemur inn).
Nei hvar kann hann vera? Óhugnaligt kvøld. (Kvøður).

(Lag: Det var en lørdagaften).

Skal kærleik eg nú sakna,
tá týnist vón og trúgv.
Eg særdan kenni meg í barm,
har sorgin setur búgv. 
Ja ilt er heitt at elska,
tá vónbrot fylgju ger.
Men fjónaðan at kenna seg,
nógv verri tað nú er.

Tó ringast er at tola
tey eymu kærleikssár,
og tráðsjúk vera hvørja stund,
í dag eins sum í gjár.

Læars (kemur inn aftur)
Jaha, nú man hann longu vera farin til gongu, Ólavur hann . . .

Elinborg.
Nær fór hann? Eg sá hann ikki. Eg havi verið uppi í grind, men hesumegin leitið var hann ikki . . .

Læars.
Hann fór allur, sum hann var, í senn - hann fór . . .

Elinborg.
At hann fór soleiðis uttan víðari.

Læars.
Helt seg væl ikki hava nakað at steðga eftir her - í kvøld.

Elinborg (hálvavegna fyri seg sjálva).
Aldrin hevur hann sagt eitt orð til mín um Astrid Brekkugarð.

Læars.
Ein tegir við slíkum, sum liggur hjartanum so nær, hæ hæ, tey narra ikki meg.

Elinborg (brádliga, avgjørd).
Eg fari eisini niðan á Brekkugarð.

Læars.
Tú eisini?

Elinborg.
Eg vil tala við Ólav – hitta hann.

Læars.
Hava tit nakað at tala saman um nú?

(Fiólspæl hoyrist høgrumegin frá).

Elinborg (lýðir á, fegin).
Hvat! Hatta er Ólavur. - Hann er ikki farin.

Læars.
Pílar og skot tú, so man hann vera afturkomin.

Elinborg (fer skundisliga út høgrumegin).
Tá vil eg inn til hansara.

Læars.
Ja, tú hevur ivaleysa góðan hugin - tú narrar ikki meg.

(Fiólspæl).

 

To top

Triði partur

Sama stova. Seinrapart á sunnudegi (dagin eftir) móti kvøldi. Reinur dúkur á borðinum og eitt ílat við blómum. Elinborg og Ólavur eru inni.

Elinborg (kvøður)

Lag: Gamla stev.

Á sig mær, kann tú nevna mær
hvat støðugt í huganum leikar,
og aldrin unna kann hvílu sær,
men friðleyst sveimar og reikar?

Ólavur.
Tað kann væl vera so mangt eitt slag,
sum huganum vil ráða,
tað fer sum stormur um vetrardag,
og ongan durv sær kann fáa.

Elinborg.

Eg skal tær siga, ið hvat tað er:
Tað er ein tráan her inni,
sum altíð, altíð stormin ger
og kvøður teg inn í mítt minni.

Tað er hin heita lívsins trá,
sum aldrin, aldrin kann gevast;
men berjast bundin í huga má,
og altíð stríðast og strevast.

(Tøgn)

Ólavur.
Hugsa tær, nú ber longu móti sunnukvøldi.

Elinborg.
Og tú hevur ikki ønt mær orðið í allan dag.

Ólavur.
Havi einki havt at snakka um.

Elinborg.
Tú tykist væl tað . . .

Ólavur.
Tykist tú kanska?

Elinborg.
Tað mást tú sjálvur vita.

Ólavur.
Tú veitst tað, tú veitst.

Einborg.
Ert tú illur?

Ólavur.
Skuldi eg havt nakað at vera illur um?

Elinborg.
Tú fórt ikki niðan á Brekkugarð í gjárkvøldið.

Ólavur.
Nei eg varð verandi heima.

Elinborg.
Var tað tí, at tú ikki vildi fara?

Ólavur.
Atvoldirnar kunnu vera so ymiskar.

Elinborg.
Visti ikki, at tú kendi Astrid á Brekkugarði so væl.

Ólavur.
Nei, hvat vita vit?

Elinborg.
Í dag ert tú í tvørum lag.

Ólavur.
Væl kann tað vera.

Elinborg.
Tú vart ikki smittin mætari í gjárkvøldið.

Ólavur.
Var væl ikki tað.

Elinborg.
Hvussu ber tað til?

Ólavur.
At eg ikki var mætari í gjárkvøldið?

Elinborg.
Nei, at tú er so skikkaður - tvørur og serur?

Ólavur.
Tað er, tí at eg eri so skikkaður.

Elinborg.
Á, ert tú tað?

Ólavur.
Um ikki tað, so var eg væl ikki so skikkaður.

Elinborg.
Tú vart væl ikki tað, nei . . .

(Tøgn eina løtu)

Ólavur.
Nei, nei, eg var væl ikki tað, nei.

(Tøgn eina evarska lítla løtu).

Elinborg.
Kann tú ikki vera, sum tú vart - áður?

Ólavur.
Áður?

Elinborg.
Ja, áður!

Ólavur.
Nær meinar tú tá?

Elinborg.
Áður tú bleivst eitt sovorðið - tvørball.

Ólavur.
Mundi tað ikki vera tú sum kom við tvørleika tínum? Fyrst, ið hvussu var?

Elinborg.
Var tað eg?

Ólavur.
Meini jú.

Elinborg.
Jaso!

Ólavur.
Eg vildi sleppa at sita undir tær, men har vart tú ov fín at sita. Minnist tú?

(Tøgn).

Elinborg (brádliga).
Eg vil fegin, at tú skalt sita undir mær. Tað er gaman í!

Ólavur.
Nei, nú vil eg ikki. - Annars: her havi eg einki at steðga eftir . . .

Elinborg.
Tú hevur væl heldur einki at fara eftir?

Ólavur.
Jú, tað havi eg. - Hagagrindin tørvar umvøling. Har slapp seyður sær inn á bøin í dag - legðist í akurin. Eg skuldi fyri langt síðani verið farin í holt við hasa umvølingina.

Elinborg.
Tú kanst steðga til í morgin - tá er gerandisdagur.

Ólavur.
Og so skulu kanska heilu seyðafylgini leggjast í akurin?

Elinborg (firtin).
Vælkomin aftur tvørballið títt.

Ólavur (úti við hurðina).
Takk skalt tú hava (fer).

Elinborg (einsamøll).
Hvussu løgin hann er vorðin. . . Uff, at ikki hann kann gera tað gott aftur. Tá ið eg vil . . . (fer spakuliga út høgrumegin)

Læars (inn. Hann er hvítklæddur. Er í stívari, hvítari sunnudagsskjúrtu.)
Eg skal siga, vit hava fingið lív í konufólkini - eg og sonurin, tær ganga bara og venda og snara sær - og skeita. - - - Hæ, hæ, hæ, tær narra ikki meg. (Kvøður.)

Lag: Ut paa livets vej.

Alt kann bera til,
so sum maður vil,
sjálvt um konan er vill sum eitt ótamt fyl.
Jú, jú, eg minnist teg,
snildirnar kenni eg,
trúgvi aldrin nakar, at tey narra meg.

Nú skuldi Ólavur verið her við fiólini, so skuldi eg snurrað mær runt við mær sjálvum og tað á leistum. - Hoy, segði hann, her er ein, sum dugir at taka konufólkini. Pílar og skot tú, tey narra ikki meg.

Lisa (inn frá aftastu hurð).

Læars.
(Kvøður lágmæltur. Kemur fram at borðinum Unnist væl av blómuanganum.)

Lisa (kemur inn, fer í skápið eftir einari lítlari fløsku, sum hon luktar at. Stoytir nakrar dropar á ein fingur og smyr tað undir nøsini og dregur tungliga andan gjøgnum nøsina. Kveitir nú og tá eftir Læarsi).

Lisa.
Tað er Elinborg, sum hevur sett hasar blómurnar á borðið.

Læars.
Tær eru vakrar, og væl anga tær, hvør tað so er, sum hevur sett tær her.

Lisa (gremjandi).
Eg havi so ógemeina ilt í høvdinum, eg . . .

Læars.
Ja, tað illa má ein hvørt stað sita. – Pílar og skot tú, tú narrar ikki meg.

Lisa (tekur eini tvey stig ímóti honum).
Tú meinar, at eg eri so ill í mær?

Læars.
Tað kann vera, at tað kemur einans av øllum tí góða, at tú sum eitt klandrivætti forðar fyri øllum her í húsinum.

Lisa
Geri eg?

Læars.
Ja, tað gert tú. - Kom mær ikki nærri. Hetta er mínumegin.

Lisa.
Tú mátti kunnað tolað meg undir liðini á tær - vit eru tó maður og kona.

Læars.
Á, eru vit tað? - Eg havi sum einki á at minnast.

Lisa.
Læars!

Læars.
Nú skalt tú ikki koma mær ov nær, tí so rópi eg. - Statt tú har, tú stendur.

Lisa.
Læars, tú ert hjartaleysur.

Læars.
Jú men pikkar tað enn her innanfyri, tú narrar ikki meg.

Lisa.
Tú ert ljótur móti konu tíni, Læars, veitst tú tað?

Læars.
Nei, jaso, eg eri aldrin komin at hugsa um tað.

Lisa.
Tað er tað sama, hvussu eg havi tað, líka leggur tú lag í.

Læars.
Ja, eg hoyri, at tú veitst tað.

Lisa (nærkast)
Er ikki soleiðis við tær?

Læars.
Troo-oo-o! Statt still, Lisa, - tú kemur ov nær! Hálvtannað afturstig, so kanst tú mæla so grovt, tú vilt.

Lisa (trampar í gólvið).
Nú Læars toli eg ikki hetta longur.

Læars.
Pílar og skot tú! Tú sært mær dekan og útlúgvað út.

Lisa (við gráturødd).
Eg fari til prest og beri fram klagu.

Læars.
Tá kanska tú lætnaði eitt sindur, veitst tú, tú narrar ikki meg.

Lisa.
Tú skuldi verið sum Per sáli var, Læars.

Læars.
Hann lá væl og grulvaði fyri tær og sleikti tær undir iljum?

Lisa.
Tú talar ikki ilt orð um Per, hoyrir tú, signi sál hansara! Hann var maður, hann.

Læars.
Tú skuldi verið sum Malan, Lisa.

Lisa.
Hvussu var hon tá?

Læars.
Hon var júst soleiðis, sum eg vildi hava hana at vera. Tað var konubrot tað.

Lisa.
Eg eri ivaleysa nóg góð til tín.

Læars (lurtar ikki eftir henni).
Og sovorðin havrasúpan Malan dugdi at kóka. Pílar og skot tú! Tað var sum besta smelt, og so gjørdi tað gott líka niður um øklaknútarnar.

Lisa.
Trúgvi tí og øllum øðrum, tú sigur. Stór orð og feitibitin ganga lætt um hálsvølin.

Elinborg (inn høgrumegin frá).

Lisa.
Heldur tú teg innandura, dóttirin?

Elinborg.
Hvar skuldi eg væl farið?

Læars.
Tú kundi sett teg oman í garðshornið og hugsað um viðurskiftini.

Lisa.
Kanst tú nú heldur ikki lata Elinborg vera í frið?

Læars.
Frið, jú! Kundi hon bert fingið frið fyri sær sjálvari so, - tit narra ikki meg.

Lisa.
Nei, tað eru óráð at fáast við handa orðklúgvaran. (Við Elinborg) Kom, so fara vit!

Læars.
Farið tit við nøsunum í loft og apið tykkum, sum tit vilja. Eg skal eisini fara. Út í køkin at vita um eg finni mær greytin. Havi nærum ikki smakkað matartuggu allan dagin (fer út aftastu hurð).

(Tøgn).

Lisa.
Hvat sigur Ólavur nú?

Elinborg.
Tað er so sanniliga so lítið, sum tað væl kann vera.

Lisa.
Ikki skalt tú leggja lag í tað. Tú ert so nógv ov góð fyri hann.

Elinborg.
Hann er vorðin so út av lagi ikki grannhavandi.

Lisa.
Hvat ger hann tá?

Elinborg.
Einki - tað ger hann.

(Tøgn eina løtu)

Lisa.
Tað er bara at vera líka stórbær aftur ímóti.

Elinborg.
Ja, tað eri eg eisini, men -

Lisa.
Á, hesi mannfólkini!

Ólavur (inn aftastu hurð, hann hevur meiðslað vinstra armin; blóð sæst á handarbakinum).
Er einki borvatn her í skápinum.

Lisa.
Hvat er nú á vási?

Elinborg.
Ert tú komin nakað til?

Ólavur.
Mær barst á suðuri í urðini, skuldi reka seyðin út um bøgarðin og meiðslaði meg eitt sindur.

Elinborg.
Tú bløðir! (fer skundisliga út høgrumegin). Eg skal finna tær ein skeyta!

Ólavur (hevur funnið borvatnsfløskuna).

Lisa (fer til hansara).
Lat meg síggja. Ja men, er hetta nóg so illa skurslað. Set teg her, so man Elinborg skjótt fara at koma.

Ólavur.
(Hevst við at bloyta armin í borvatni)

Lisa.
Eg skal.

Ólavur.
Takk, hetta greiði eg sjálvur - á einhvønn hátt.

Elinborg (innaftur við einum longum hvítum skeyta).
Her, hygg her! Eg skal hjálpa tær við skeytanum! (Við Ólav, tá ið hann vil koma sær uppí.) Nei, tú dugir ikki! Sit stillur tú! (Bloytir við borvatni, reinskar og vaskar, bindur skeytan væl um armin).

Læars (letur upp hurðina á aftasta veggi, kagar inn).
Hvar hevur tú sett greytin, Lisa? Tú narrar ikki meg.

Lisa.
Greyturin? Hann stendur væl uppi á ovastu skápshillini. Hevur tú ikki sjálvur eygu at finna hann við, so skal eg koma at hjálpa tær (fer móti aftastu hurð. Bæði út.)

Elinborg (ger seg lidna at binda skeytan. Hon liggur á knæ við síðuna av stólinum, sum Ólavur situr á).
So, man tað ikki nú vera eitt sindur frægari?

Ólavur.
Nógv frægari, Elinborg.

Elinborg (reisist).
Tað eri eg fegin um.

Ólavur (blíðmæltur)
Stóra tøkk skalt tú hava.

Elinborg.
Einki fyri at takka. Er nú væl umbundið hjá tær?

Ólavur.
Júst sum læknin sjálvur kundi gjørt tað.

Elinborg.
Tá er eingin vandi.

Ólavur (reisist).
Nei, skuldi nú verið vandi, tá tú . . .

Elinborg (beinir fyri borvatnsfløskuni).

Ólavur.
Tú, Elinborg!

Elinborg (hyggur aftur um bak).
Ja, Ólavur?

Ólavur.
Tað - tað var sert so handløtt tú kundi vera.

Elinborg (við kætikendari rødd).
Ja, visti tú ikki tað?

Ólavur.
Aldri sum nú.

(Tøgn).

Ólavur (nærkast henni).
Skulu vit ikki fara út?

Elinborg.
Út?

Ólavur.
Ja, út - oman í garðshornið?

Elinborg (bítur at honum, smílist).
Tað kunnu vit gott.

Ólavur (fegin).
Har niðri er so gott at sita, har . . . (Tey ganga bæði mót aftastu hurð).

Læars (hevur latið upp hurðina).
Lisa segði mær, at tú hevði meiðslað teg, Ólavur.

Ólavur.
Hon er longu afturgróð, tann riftin.

Læars.
Afturgróð? - Tá er eingin neyð.

Ólavur (lítur at Elinborg).
So nær sum afturgróð - í hvussu er (smílist).

Læars (flennandi)
Á soleiðis, børn - tit narra ikki meg.

Ólavur.
Vit ætlaðu okkum nú at fara oman á bø. (Ólavur og Elinborg fara skundisliga).

Læars (einsamallur). Hygga síggj! Jørðin fer runt, og tað fer kærleikin eisini. - Ja, ja, tað er ikki um at ivast. Nú er einans Lisa eftir at konfirmera. (Gevur ljóð við fingrunum). Júst tað Læars, hetta skalt tú gera. Pílar og skotinar! Ólavur meiðslaði seg, kann eg so ikki fáa búkpínu? - Tey narra ikki meg.

 

Lisa (kemur inn).

 

Læars (lágmæltur).

Jaha, hygga har - har er hon . . .

Lisa.
Høh?

Læars (krøkir seg brádliga saman og jarmar).
Á, nei hetta, hetta, hetta . . .

Lisa.
Hvat? - Hvat fyri nakað?

Læars.
Hetta her, hetta her, hetta her er verri enn alt.

Lisa.
Men hvat bilar tær tá?

Læars.
Búkilska, sum tú aldri hevur kent nær ella náminda so ringa.

Lisa.
Tað var ræðuligt.

Læars.
Ræðuligt ja. Eg eri um at doyggja av pínu.

Lisa.
Tað sigur tú ikki. Neyðars tú. Soleiðis kundi Per sáli eisini tíðan hava tað. Skalt tú kanska pínast samaleiðis?

Læars.
Ja, tað er ikki gott at vita Lisa. Tað kann vera arviligt, sært tú, frá manni til mann.

Lisa.
Eg eigi eina naftafløsku; heldur tú ikki, at tað mundi kunna hjálpt tær? Hon stendur her í skápinum.

Læars.
Tað vil eg vóna. Á – á, á, hetta var ræðuligt. Pílar og skot tú.

Lisa (fær ferð undir seg).
Nú skal eg skunda mær út í køkin eftir spón og vatnsopa. Steðga mær eitt lítið vet.

Læars.
Ja, men kvika tær, kvika tær!

Lisa (skundisliga út).

Læars.
Hæ hæ hæ! Hygga nú, hygga nú, er hon ikki við at linka og gevast hin rádna, brátt verður hon bæði lagalig og góðslig. Ja ja, betri seint enn aldri! Hon narrar ikki meg. (Tekur nøkur dansistig, spennir í og syftir seg, meðan hann sjálvur trallar lagið.)

Lisa (kemur inn við spón og ílati við vatni. Steðgar bilsin og lítur at Læarsi.)
Læars (væl hýrdur, fær eyga á Lisu, meðan hann dansar sum best. Trallingin tagnar sáliga, og Læars rínur og illa hvínur og heldur um búkin).

Lisa.
Nú havi eg aldri í mínar lívføddu dagar sæð sovorðið! - Hvussu bert tú teg at, Læars ?

Læars.
Tað ber soleiðis til, sært tú! Tað at tá ið herðindini koma, sært tú, Lisa! Tá noyðist eg at ringja og krøkja meg og at svinga og snara meg! Oh! Á! (Tekur nøkur løgin stig, smáspjálkar, tekur dansistig og snarar sær í øllum liðum).

Lisa.
Á hetta er so ræðuligt Læars! - Dugi ikki at siga, hvussu ræðuligt eg haldi tað vera! Royn at leggja teg á songina, so skal eg gera til droparnar!

Læars.
Ja – ja, lat meg fylgja tínum ráðum!

Lisa.
Um eg nú skal koma at missa teg, sum eg misti Per sála. Hann doyði eisini av nøkrum í búkinum. Á tú, á tú!

Læars.
Á - á ja, - at hetta er ræðuliga ringt, tað haldi eg meg kenna! Um tað nú ber ímóti deyðanum, dugi eg ikki so væl at siga!

Lisa (kemur við dropunum. Læars hevur lagt seg á songina. Lisa gevur honum dropar.)

Læars (eymkandi).
Á, á! Á, á!

Lisa (á knæ framman fyri songina).
Læars! Læars!

Læars.
Ja, Lisa?

Lisa.
Tú mást fyrigeva mær Læars - um so er, at tað líður ímóti endanum!

Læars.
Ja, eg eri við at fundera yvir tað.

Lisa.
Eg havi verið bæði ill við teg og ljót imóti tær! Tað skal eg viðganga!

Læars.
Ja tað hevur tú, tú narrar ikki meg! Men sama ger, Lisa, linnar henda pínan nú av dropunum, tú hevur givið mær - lat so vera gloymt - so skal eg fyrigeva tær øllum Lisa. - Klandringarsamur havi eg aldri verið.

Lisa.
Um teir kundu hjálpt tær, Læars! - Droparnir! Tú Læars ert mær ein góður maður!

Læars.
Ja, eri eg ikki frálíka góður?

Lisa.
Jú, tað er satt, sum tú sigur tað, nú skilji eg tað fullvæl!

Læars.
Um mær bert var lív lagað, Lisa mín, so kundi lívið enn komið at givið okkum eydnuløtur. Pílar og skotinar tú!

Lisa.
Góði Læars, tú mást ikki banna mitt í allari neyðini.

Læars.
Ho, pílar og skot tú, tað kann ikki kallast at banna, tú narrar ikki meg!

Lisa.
Batnar nú hjá tær?

Læars.
Tað tykist mær, at nú fer at linna, tó heilt avgjørt kann eg ikki siga tað enn.

Lisa.
Tú mást siga mær frá, tá tað fer at batna.

Læars.
Tað skal eg minnast.

Lisa.
Nú fyrst fati eg, hvussu góð eg eri við teg!

Læars.
Tað var gott, at tú rakti við tað, áðrenn tað varð ov seint.

Lisa.
Eg toli ikki at hugsa um, at tað kundi verið ov seint. Neyðars eg tá.

Læars.
Kona mín!

Lisa.
Ja, maður mín!

Læars.
Vilt tú ikki kvøða vakurt kvæði fyri mær? minnist tú tíðina, áðrenn vit giftust, at hoyra teg kvøða helt eg vera so hugnaligt! - Kvøð, - kvøð kvæðið um rósuna! Ger tað, tú!

Lisa.
Jú, saktans skal eg kvøða fyri tær, tað skal eg. (Harkar og kvøður).

Lag: Mær leingíst at fevna teg, grønkandi vár.

Tað vaknar úr dvala, tað kyknar og grør,
úr sólvermdu fold fer at næla.
Hin litbjarta rósa man anga sum ør,
hon kennir seg trygga í góðari jørð,
sum hana man eiga og ala.

Á heystdegi rósan er føgur og fríð
um blómurnar mangar tá træna.
Hon minnir um kærleik, so vøn og so blíð,
frá vár og til heyst, tað er hennara tíð;
mín fagrasta rósa, mín væna.

Læars.
Hjartans takk, kona mín. ”Tín rødd er eins og kvøldarlotið”.

Lisa.
Hvussu hevur tú tað nú?

Læars.
Nú fer at batna í stórum! Tað skal eg siga, hetta vóru nakrir hendinga góðir dropar, tú hevur givið mær. Tú narrar ikki meg.

Lisa.
Ja, heldur tú kortini, at tú hevði kunnað fingið vánaligari konu enn meg?

Læars.
Tú ert mær ein vælsignað kona. (Syftir beinini út um seingjarstokkin). Hygg! Eg kenni meg aftur so fiman og lættan. Og tað havi eg tær fyri at takka.

Lisa.
Er tað nakað serligt, tú hevur sinni til? Eitt egg ella okkurt?

Læars.
Nú skalt tú ikki gera meg ov fegnan! (reisist úr seingini.) Ja, dekan fari meg kann eg aftur standa á beinunum.

Lisa.
Styðja teg nú eitt sindur at mær.

Læars.
Ja, tað var kanska ikki so galið.

Lisa.
Tú veitst, hjúnanna millum skal vera samanhald og góð semja.

Læars.
Ja, tað veitst tú! - Tá ið tað er tað rætta hjúnalagið. Soleiðis sum okkara millum! Pílar og skot tú.

Lisa.
Lat okkum seta okkum eina løtu.

Læars.
Her á seingjarstokkin Lisa. (Tey setast. Læars leggur arm um miðju hennara). Tú ert kortini besta konan í bygdini, tey narra ikki meg! -

Lisa.
Meinar tú nú tað, Læars? (Fegnast og smýgist inn at honum.)

Læars.
Tú, er hetta ikki løgið? Er tað ikki løgið, at tað kundi bera saman millum slíkan stásmann sum meg og slíka stáskonu sum teg?

Lisa.
Sera løgið!

Læars.
Eg halđi, at vit sum hjún skuldu fingið heiðursprógv.

Lisa.
Hi-ja - fremsta og besta heiðursprógvið Læars!

(Elinborg og Ólavur koma inn saman, Ólavur hevur fiólina við.)

Læars.
Hetta var júst í evstu stund, tit komu - tí nú er vorðið so gott aftur millum Lisu og meg - at eg veit ikki, um tað var heilt gott, um tað bleiv betri!

Lisa.
Tað kann aldri verða ov gott.

Læars.
Ilt er at vita. Best er at vera eitt sindur ansin.

Ólavur.
Nú ætli eg mær at lata streingir láta. Tí er tað vorðið gott millum nakran, so er tað millum Elinborg og meg!

Lisa.
Lukka fatti tykkum, er tað satt?

Læars.
Tað sæst á teimum, at søgan er sonn, tey narra ikki meg!

Ólavur (fingrar á fiólini.)

Læars.
Hvussu dámar tær nú, Elinborg? 

Elinborg.
Og tað kanst tú spyrja um Læars, nei, pápi meinti eg!

Lisa.
Sig tú bara pápi, tú dóttir mín!

Læars.
Eg veri sum dupultur pápi nú at kalla – ja, tað vita tit. Pílar og skot tú! Men bíða mær eitt vet - nú kom eg at minnast nakað (fer skundisliga út høgrumegin.)

Lisa.
Hvat mundi tað nú vera fyri eitt innskot, hann fekk? - (fer til Ólavs). Ja, ja, Ólavur, tá ið tær og Elinborg hugnast so væl saman so.

Elinborg.
Hvat so móðir?

Lisa.
So gerið tit tað - og so havi eg - tápulingur mín - einki at siga.

Ólavur.
Hatta vóru hjartalig orð, Lisa, nei móðir - móðir meinti eg. Takk skalt tú hava fyri Elinborg. (Tekur Lisu í hondina.)

Lisa.
Ja, nú mugu tit vera góð børn - og liva í góðari semju, soleiðis sum Læars og eg gera.

Læars (kemur aftur).
Jú, síggja tit, eg fór einans út eftir stakkinum hjá Maluni. Hygg her Lisa, her hevur tú hann!

Lisa.
Á var tað eftir honum, tú fórt? So noyðist eg at fara at leita eftir troyggju og brókum hjá Peri.

Læars.
Lat tað nú støðga eina løtu, Lisa; eg eri ikki mentur at halda mær longur, nú vil eg hava ein dans!

Ólavur.
Ja, eg skal spæla!

Læars.
Ja, og aftaná flyta vit borðið og øll hini tingini her og seta tey, sum tey stóðu áður, og sum tey her eftir dags skulu koma at standa. Tí nú, Lisa, eru míni minni tíni minni og tíni minni míni minni.

Lisa
Sjálvsagt.

Læars.
Sjálvsagt ja. Spæl nú Ólavur! Pílar og skot tú! - Kom Lisa!

Elinborg.
Tú kundi saktans dansað við mær.

Læars.
Fyrst við konuni, so við tær! Tú narrar ikki meg.

Ólavur (spælir)

Elinborg (stendur hjá Ólavi.)

Læars og Lisa dansa ein góðan springara. Tá hann er liðugur, fellur tjaldið!

To top

Viðmerkingar

Maðurin, ið skrivaði leikin “Vinarlig hjún”, er Torvald Tu, føddur á Jaðri (Jæren) í Noregi – hetta er landsluturin suður frá býnum Stavanger. Torvald Tu var føddur 22. juli 1893 í Klepp. Farin úr skúlanum arbeiddi hann eitt skifti sum bakari, annað á niðursjóðingarvirki, men hann hevði hug at skriva.

Tá ið hann var fjúrtan ára gamal, kom fyrsta yrking hansara á prent í “Stavanger Aftenblad”. Í høvuðsheitum skrivaði hann á nýnorskum við nógvum drøgum úr tí bygdarmáli, ið nevnt verður jærsk, tað er bygdarmál í útsynningsnoregi, sum fólk í kommununum Klepp, Time, Hå, Gjesdal og Bjerkreim tala ella talaðu – um 50.000 fólk tilsamans. Hann skrivaði 56 bøkur – ævintýr, stubbar, yrkingar, leikir og skaldsøgur – tann fyrsta var “Storbrekkmyri. Spelstykke i ei vending”, sum kom út í Stavanger í 1914.

Kendastur var hann fyri løttu leikrit síni, sum hugtóku fjøldina men ikki ummælarar. Best umtókti leikurin mundi vera “Kjærleik på Lykteland“ (1927), sum Det Norske Teatret setti á pall. Undirtøkan var so góð, at leikurin gekk nógv longur, enn nakar hevði ímyndað sær, og skipað varð fyri, at tveir leikbólkar fóru at ferðast við honum samstundis, annar á vesturlandinum, hin í Norðurnoregi.

Hann ummælti eisini skaldskap og skrivaði í bløð og tíðarrit.

Frá 1937 búði Torvald Tu í parlagi saman við tónaskaldinum og klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898–1969). Eyðvitað var skrásett parlag ikki lógarfest í Noregi tá.

Vinmenninir vóru  – so skilst av greinarstubba í “Dimmalætting” 2. desembur 1931 – í Føroyum eina ferð:

Norsk kvøldskemtan. Við “Lyru” seinasta leygardag komu yrkjarin Torvald Tu og pianisturin Trygve Stangeland higar, og var tann fyrsta kvøldskemtanin hildin sunnudagin kl. 5.

Torvald Tu byrjaði við at siga fram eina yrking til Føroya og las síðani upp av egnum yrkingum og smásøgum, ið vóru sera stuttligar, men við hvørt hevur tað óivað verið heldur torført hjá áhoyrarunum til fulnar at skilja tær norsku dialektirnar. At enda sang Torvald Tu nakrar soloir, ið fólk stuttleikaðu sær væl yvir.

Trygve Stangelands frálíka pianospæl var væl fagnað av áhoyrarunum.”

Óvist er, hvør ið yrkingin til Føroya var, men í “Dagblaðnum” fríggjadagin 10. juni 1949 finna vit prentaða hesa yrking hjá skaldinum:

Stig sol!

Stig sol over fjell –
sign landet med nykveikt og dagvaken eld!
Hels folket som vaknar or nattkvila lun
med stråleleik vidt over heimar og tun!
Hels øyane alle frå høgfjell til strand!
Stig sol, lat det lysa kring Færøya-land!

Eftir kríggið fekk Torvald Tu eitt neps frá norska rithøvundafelagnum, av tí at hann í 1943 hevði givið fýra bøkur út, samstundis sum yrkisfelagið hevði lýst verkfall og mælt til, at høvundar einki góvu út, fyrr enn kríggið var av.

Hann umbar seg við, at hann búði langt frá Oslo og mátti geva bøkur út, skuldi hann hóra undan fíggjarliga og fáa mat í munnin. Hann fekk eina átalu.

Torvald Tu verður mangan borin saman við væl umtókta yrkjaran Alf Prøysen, sum sjálvur segði seg hava Tu sum fyrimynd.

Hann doyði 15. januar 1955.

*

Fýra av leikunum hjá Torvaldi Tu eru týddir til føroyskt og givnir út:


“Kjærlege par”, folkespill, 1926. Á føroyskum: “Vinarlig hjún”, 1927

“Giftande gjenta”, lystspill, 1927. Á føroyskum: “Giftingarfør genta”, 1929. 

“Eld i hjartekrå”, folkekomedie, 1928. Á føroyskum: “Ástarbragd”, 1936.

“Gift deg!” Komedie i 3 akter, 1935. Á føroyskum: “Gift teg”, 1942.

Sami maður hevur týtt allar fýra leikirnar. Tað er Nyholm Debess, sum var føddur í 1882 í Havn. Sekstan ára gamal fór hann í 1898 yvir til Bergen í rørleggjaralæru, og tá ið hann í 1904 kom heim aftur til Havnar, bar hann við sær minni um felagsskap og samanhald millum ungdóm í Noregi.

Hann var ivaleyst hin fyrsti, ið bar upp á mál seta á stovn Havnar Ungmannafelag (stovnað í 1906). Nyholm Debess var samfelagsáhugaður maður, sum drúgt áramál røkti politiskt starv bæði sum býráðslimur í Havn og sum løgtingsmaður umboðandi Sjálvstýrisflokkin.

Hann var eisini yrkjari og týðari. Úr nýnorskum týddi hann, sum nevnt, fýra sjónleikir eftir Torvald Tu, ein leik, “Eydnismenn”, 1949 eftir Olav Hougen, og í 1934 kom út einasta yrkingasavn hansara “Yrkingar og týðingar”.

Nyholm Debess doyði í 1952.

Í 1998 gav forlagið Sprotin út bókina “Aldan og onnur brot: yrkingar, søgur og røður í úrvali/Nyholm Debess”. Martin Næs og Janus Mohr løgdu til rættis.

“Vinarlig hjún” kom sum nevnt út í 1927. “Sosialurin” ummælti hann 20. novembur 1928. Undir ummælinum stendur x.x.

“Sjónleikir á føroyskum koma so við og við undan kavi. Bert er eitt brekið, og tað er, at ikki allir hesir sjónleikir eru føroyskir. Men okkara land er ikki ríkt upp á menn, ið halda seg vera førar fyri at greiða úr hondum ein sjónleik við dømum og myndum úr okkara lítla mannfelagi. Ikki tí, tilfar trýtur sanniliga ikki. Tað, at menn ikki líta sær til, í sjónleiki at handfara nútíðina og hárruska hana, har hon treingir til tess, er óivað eitt dømi um, at føroyingar nú eru vorðnir nakað erkvisnir. So var ikki fyrr, tá ið táttarnir rungaðu hvør um annan.

Heilt burtursæð frá teimum fáu føroysku sjónleikum, ið komnir eru á føroyskum máli, má tað tó haldast, at tað hevur eydnast summum monnum frálíka væl at flyta fremmandar sjónleikir fram á føroyskum máli. Og fólk hevur verið hugtikið, tá ið teir hava verið spældir. Men tað er eydnuspæl, mikið eydnuspæl, at ofra mangar fríløtur til at týða fremmandar sjónleikir. Og tíverri, tað eydnast ikki altíð, hóast ómakurin er mikil, ið stendst av hesum starvi.

Nyholm Debess, ið hevur starvast nógv við týðingar, hevur fyri eina tíð síðani sent út sjónleik, ið hann hevur týtt úr norskum: “Vinarlig hjún”.

Eg skal ikki geva meg í kast við sjálvi inngangsorðini, men bert siga, at hvussu væl tað hevði eydnast týðaranum at føroyska henda sjónleik, so vilja hesi inngangsorðini standa sum eitt memento; hetta er ikki føroyskur sjónleikur. Har stendur fremst í hesi lítlu bók skrivað: “Øll ungmannafeløg og onnur, ið føra fram “Vinarlig hjún”, mugu rinda 10 krónur fyri hvørt spælikvøldi, og senda peningin til Torvald Tu, Mosberget, Bryne, Jæren.” Tó haldi eg hetta sær heldur løgið út.

Men tó skal eg siga eitt sindur um sjálvan sjónleikin.

Leikurin fer fram í einari stovu, og tey spælandi eru bert 4: Læars og Lisa, ið eru hjún, bæði hava verið gift fyrr – hann er einkjumaður og hon einkja. Læars eigur son frá fyrru giftu, ið heitir Ólavur, og Lisa dóttur frá sínari fyrru giftu, ið heitir Elinborg.

Læars er varugur við, at hesi bæði “systkinini” hava hug á hvørjum øðrum, og at tey sita við garðshornið og hálsfevnast. Hann letur konuna vita av hesum, men hon verður so spinnandi óð, tí hon vil hava dóttrini betri mann enn Ólav. Tey fara so bæði at munnhøggast, og tað ikki við eirindum, brigda hvørjum øðrum bæði eitt og annað, og rósa hvør sínum helmingi frá fyrru giftu. Tað endar so við, at tey skiljast bæði, t.v.s. tey býta stovuna ímillum sín, og so eru tey sundurskild eina tíð.

Tá ið ilt fyrst er komið ímillum tey gomlu, kemur skjótt eisini ilt ímillum tey ungu. Tey ungu yrkja pottaørindi um hvørt annað, og tey gomlu kvøða eisini síni pottaørindi móti hvørjum øðrum. Hesi ørindi mega haldast at sita sera væl. Eg skal nevna nøkur dømi:

Ólavur:

Og summar gentur sum flogsur renna,
við hvønn eina drong tær nú fjasa, flenna.
Og summar gentur tær bróta eið,
frá ja í fjør til í ár eitt nei.

Elinborg:

Og summir dreingir teir slatur bera,
teir nyttisverk ongan dagin gera,
Og hvør ein drongur undir oyra fær,
tá hann ov naskur mær kemur nær.

Tey gomlu eru ikki smittin mjúkari í sínum pottaørindum:

Læars:

Og summar kellingar so ljótar ganga,
og kjaftur teirra hoyrist vegin langa, -
Ja, sum kellingar, - ja, trúgv tú mær,
- tær ikki eiðasørt líkjast tær!

Lisa:

Og summir býttlingar erpnir reypa,
við sleyð og eiturkynt slatur leypa! –
Teir birta ófrið og elva stríð;
tað tekur alla teirra strævnu tíð. –

Og tá eg líti at tær – í sýni,
tá síggi eg í eitt kálvatrýni!
Og tá eg nakka tín fái sjá,
enn meira vamlisligur ert tú tá.

Læars:

Og summar kellingar kjaftin mýkja,
við skorti rukkuta altíð ríkja! –
Ja, summar goyggja og glepsa við,
- til tess at deyðin gevur teimum frið!

Men sum frá líður í sjónleikinum, og við Læarsar snildi og uppløgdu ráðum við sonin, so kemur tað aftur í aftur, fyrst hjá teim ungu, og síðan hjá teim gomlu. Og tey gomlu fara at dansa springdans, og Ólavur leikar á fiólini, meðan Elinborg stendur honum hjá.

Tað, sum ber henda sjónleik, er ikki so nógv vísindarorð Læarsar: “Tit narra ikki meg”, sum leikurin er bygdur á, men teir ymsu sangirnir, ið flættaðir eru inn í leikin, bæði pottaørindini og teir álvarsamu sangirnir.

Annars haldi eg ikki, at okkara mál klæðir henda norska búnan, ið mangastaðni verður nýttur í hesum sjónleiki, t.d. “Nú er hann farin til gongu, Ólavur hann”, og heldur ikki ber føroyskum máli hesa innfluttu bronglingina: “góðnokk”. Nóg góð ljóðar nógv betur.

Fyri ungmannafeløg, sum hesin sjónleikur mest er ætlaður til, vil hann óivað vera væl komin. Ikki krevur honum stóra húsarúmd, og bert eru fýra spælandi, og fiólspælarar tróta ikki nú á døgum í Føroyum. Prísurin er 1 kr. 50 oyr.”

Vert er at gáa um, at júst inngangsorðini, sum ummælið hevur hug at finnast at

“Øll ungmannafeløg og onnur, ið føra fram “Vinarlig hjún”, mugu rinda 10 krónur fyri hvørt spælikvøld og senda peningin til

Torvald Tu
Mosberget,
Bryne,
Jæren.”

verða í norskum bókmentasøgum ofta tikin fram sum slóðbrótandi arbeiði fyri at vinna høvundum har í landinum upphavsrættindi.

*

Helst er leikurin “Vinarlig hjún” fyrstu ferð framførdur í Havn um jól og nýggjár 1928. 19. desembur stóð hesin stubbin í “Tingakrossi”:

“Annað jólakvøld kl. 7 og nýggjárdag kl. 7 s.p. verður framførdur í sjónleikarhúsinum VINARLIG HJÚN. Sjónleikur í 3 pørtum eftir Torvald Tu. Umsett hevur Nyholm Debess.

Royndarleikur fyri børn verður sunnudagin 23. desembur kl. 6. Atgongumerki til vanligar prísir fáast í H.N. Jacobsens bókahandli leygardagin 22. og mánadagin 31. desember.”

Sum týðari er Nyholm Debess sera trúgvur móti upprunatekstinum, men sum vant er at síggja, nýtir hann føroysk fólkanøvn og staðarnøvn fyri upprunanøvnini.

Leikararnir eru fýra – soleiðis nevndir ávikavist á norskum og á føroyskum:

Lars Steinvollen                                                                               
Læars í Urðargerði

Lisa                                                                                                                          
Lisa

Olav                                                                                                                         
Ólavur, sonur Læars.

Eli                                                                                                                            
Elinborg, dóttir Lisu.

Aðrir persónar, ið ikki eru við beinleiðis í leikinum, men verða nevndir:

Fyrra kona Læarsar eitur á norskum Malli, á føroyskum Malan, og so er ein dóttir Símunar bónda nevnd; hon nevnist á norskum “dotter hans Syvert”.

Týðarin tilskilar ikki, hvar ið leikur fer fram. Í upprunaútgávuni stendur “Alle tre akter går for seg i daglegstova på Steinvollen.”

Staðarnøvn, ið verða broytt:

På Steinvollen – í Urðargerði.
På Kåsheikrossen – á Krossteigi.
I Hagekråa – í Garðshorninum.
Fra Brautagarden – frá Brekkugarðinum.
Til Braut – til Brekku.

Sum flestu Torvald Tu-leikir er hetta í stóran mun ein sangleikur. Sangirnir eru tólv, og týðingarnar eru trúgvar móti upprunayrkingunum, men stundum verða onnur løg nevnd í føroysku útgávuni:

1. partur.

1.                   Det er no gildt å leva litt i ro, trallera!
                      Lag: Og gjenta var så snild ho svara ja, bombalom!
                      Í friði góðum her eg hugi mær, falderá!
                      Lag: Ikki viðmerkt.

2.                   Det finst vel ikkje nokon så fin og snild og blid
                      Lag: En vise jag vil kveda.
                      Tit finna ikki gentu, ið er mær meiri kær.
                      Lag: Saa raud og rund gjeng maanen ned.

3.                   Du treng ikkje gjera deg saa brei’ sann.
                      Lag: Kjenner du a Mette kona mi, sann!
                      Gakk nú og syft teg og ger teg so erpnan.
                      Lag: Paal sine høner paa haugen utslepte.

2. partur.

4.                   Og sume gjentor dei er så kaute.
                      Lag: Nye stev.
                      Og summar gentur sum flogsur renna.
                      Lag: Nye stev.

5.                   Og sume kjerringar dei er grove.
                      Lag: Nye stev.
                      Og summar kellingar so ljótar ganga.
                      Lag: Nye stev.

6.                   Å vera gift det kan vera rart, det.
                      Lag: Gamall masurka.
                      Um genta giftist, hon gott tað fær.
                      Lag: Paa Vossevangen der vil jeg bo, So vakrar moyggjar og knappar menn.

7.                   Eg går i heia så mang ein kveld.
                      Lag: Fangen på Elfsborg.
                      So mangan ein kvøldløta sælu mær gav.
                      Lag: Eg sovi mær megi.

8.                   Først eg hadde meg ein mann.
                      Lag: Eg vil sønge om min sorg!
                      Fyrst eg átti mær ein mann.
                      Lag: Eg vil sønge om min sorg!

9.                   Det er ‘kje godt å leva.
                      Lag: Det var en lørdagaften.
                      Skal kærleik eg nú sakna.
                      Lag: Det var en lørdagaften.

3. partur.

10.                 Å sei meg, - kan du nemna meg
                      Lag: Gamle stev.
                      Á sig mær, kann tú nevna mær.
                      Lag: Gamle stev.

11.                 Det kan snu seg til.
                      Lag: Ut på livets vei.
                      Alt kann bera til.
                      Lag: Ut på livets vei.

12.                 Det veks ein yndig roseknopp i livsens glade vår.
                      Lag: I året atten hundrede.
                      Tað vaknar úr dvala, tað kyknar og grør.
                      Lag: Mær leingist at fevna teg grønkandi vár.

Umframt í Havn hevur leikurin verið sýndur í Klaksvík í 1934, í Gøtu í 1939, 1950, 1959 og 1974, í Halldórsvík 1941, í Nólsoy 1981 og í Miðvági í 1990. Ivaleyst aðrastaðni við.

 

Í “Dagblaðnum” nr.69, 27.august 1948 skrivar M.S. Viðstein hesa grein:

Torvald Tu skald á 55. ári.

Av norskum skaldum og yrkjarum, ið skrivað á nýnorskum máli, man neyvan nakar vera so væl kendur her heima í Føroyum sum skaldið Torvald Tu. Hansara kærleiki til byrgdalív og bygdalag, hansara gløggu eygu og hansara ljósa og leikandi lyndi, hansara skemtingarsama orðalag hevur vunnið honum ein stóran og hugaligan flokk av lesarum. Mangir føroyingar eru eisini kunnugir við hin álvarsama og granskandi skaldskapin eftir Arne Garborg, og tað fellur einum í huga, tá ið tikið verður til Torvald Tu, eisini at minnast aftur á Arne Garborg. Tó at teir báðir Torvald Tu og Arne Garborg eru landsbygdamenn og teirra skaldskapur skrivaður á nýnorskum, so er ein stórur munur í lyndi teirra; tí meðan Garborg var dapur í sínum álvarsemi, so er Torvald Tu ongantíð ljósari í sínum lyndi, enn tá ið hann er mest álvarsamur. Tað er ikki hvørjum manni givið tær gávur at lata álvara leika innanundir hvørjum brosi; okkara egna skald Rasmus Effersøe hevði nógv av tí í sínum ungu árum, men tað fjaraði burtur so við og við, sum hann misti heilsuna.

Tað liggur norðmonnum væl fyri at skemtast og finna stuttleikan í smáhendingum í einbýli og í smábygdum. Her hevur Torvald Tu dugað sjáldsama væl at fingið burturúr. Og hann ivast ikki í at flætta sínar næstu og kærastu grannar og grannakonur inn í eina yrking ella ein sjónleik so opinlýst, at tey kenna seg sjálv aftur. Onkur kanska er eitt sindur firtin við hvørt, men altíð lagar tað seg aftur, tí tey, ið kenna Torvald Tu, tey vita eisini, at tað var ikki so illa meint – tvørturímóti.

Mong av okkum, sum hava hoyrt Torvald Tu lisið sínar yrkingar upp, tá ið hann fyri nøkrum árum síðani var í Føroyum og ferðaðist, vilja minnast hansara rámandi yrking úr høsnagarðinum, tá ið konan gav høsnunum at eta. Tað var sum at vera staddur undir liðini á konuni millum øll hennara mongu høsn, so livandi og myndandi var tað yrkt og lisið. Og minnast skal eisini til, at fyrsta yrkingin, hann las upp í Føroyum, var ein heilsa til Føroya og føroyingar, sum hann sjálvur hevði skrivað, nakað sum aðrir, ið aftan á honum hava verið her og ferðast og hildið fyrilestrar ella lisið upp, ongantíð hava havt í huga. Torvald Tu var fullkunnugur við, at her búði ein serstøk norðurlendsk tjóð, sum var runnin av góðum norrønum runni, hann bar tí sína kvøðu fyrst og fremst til hesa norrønu tjóð, sum hóast neyðartíðir, trælatíðir og ódnartíðir, kortini ikki var skolað av látri, men hevði bjargað sær sjálvum gjøgnum allar vándar dagar.

Hini sonnu fólkaskaldini koma oftast úr smáum bygdum ella úr einbýli. Einbýlismaðurin og bygdamaðurin tykist at eiga tað fram um aðrar at duga at skilja lívið í tí einfalda og í tí smáa. Tað er ivaleyst hetta, ið ger, at bygdaskaldini duga at finna inn í hjørtuni hjá tí fólki, sum teir liva og virka millum. Torvald Tu hevur vunnið sær eitt navn millum bygdafólk í Noregi, sum fáur annar skrivandi maður í Noregi í dag. Tað er hansara blíða hjartalag og ljósa lyndi, ið ger, at hann ongantíð slitnar frá bygdafólkið og bygdalívið; meira hann yrkir, og meira hann skrivar, fastari verða hann, bygdafólk, bygdalív og bygdaløg samansjóðað til eina heild, sum hansara skaldskapur ber boð um.

Tað hevur verið sagt um Torvald Tu, at hann, meðan Noreg í óárunum var undir týskum valdsvaldi, at hann tá skuldi siga við ein felaga sín: “Tú skilir væl tað, at eg ikki kann hata nakað menniskja.” Tað er ivaleyst so; er tað nakað, ið Torvald Tu ikki kann fáa seg til, so er tað at bera hatur til nakran. Til tess er hann ov hjartagóður og vinsælur og ljósur í lyndi.

Í føroyskum bløðum hevur navnið á Torvald Tu mangan verið at sæð í farnum árum, tað var skaldið Nyholm Debess, ið oftast dró hann fram í sínum frálíku týðingum av ymiskum sjónleikum eftir Torvald Tu. Og fólk hevur havt tokka til hesar sjónleikir, tí teir hava mangastaðni í Føroyum verið framførdir bæði í Havn og á bygd. Ja, sjálvt í Keypmannahavn hava føroyingar ført fram sjónleik eftir Torvald Tu, nevniliga “Vinarlig hjún”, í týðing eftir Nyholm Debess.

Nyholm Debess hevur týtt ikki færri enn fýra sjónleikir eftir Torvald Tu. Teir eru: “Vinarlig hjún”, “Giftingarfør genta”, “Ástarbragd” og “Gift teg”, sum allir hava verið framførdir á leikpøllum í Føroyum.

Torvald Tu skrivar og yrkir við sama blíða lag. Hann er ikki sjáldan at síggja í “Nynorsk vekeblad”, bæði við yrkingum og við smásøgum. Men eisini stórar skaldsøgur koma frá hansara hond, sum t.d. “Vónin og lívið”, ið boðar frá, at hann ikki firnast fyri at fara undir mentanarligt ruddingararbeiði á sínum frálíka væl skrivaða nýnorska máli. Tað er hugurin og kæreikin til alt norskt í Noregi, ið eggjar hann til eisini at fara undir skaldsøguskriving og ikki trongdin til at alboga seg fram á marknaðin, har ið tað floymir við skaldsøgum á norskum ríkismáli, av bæði norskum og fremmandum rithøvundum – skaldsøgur, ið eru so ymiskar, so ógvuliga ymiskar í virði.

Tað, ið bjargað er av norskum máli í Noregi, hava bygdaløgini goymt og varðveitt. Tessvegna eru tað mest altíð bygdaskaldini, ið bera hitt norska tungumálið fram til heiður og virðing. Av tílíkum monnum, sum fólk her í Føroyum kenna í hesum virki, at vinna norskum máli tann heiðurssess, tað eigur í heimlandi sínum, í Noregi, telja vit eisini aðrar mætar menn: Ivar Aasen, Per Sivle og Anders Hovden, ið allir bóru sítt kæra norska mál fram á ljómføgrum hørpustreingjum, hvørt tað so var í stríðsdøgum ella á hátíðarstundum.

Torvald Tu hevur við sínum skaldskapi lagt dyggar stuðlar undir norskt mál, men meðan aðrir undan honum hava verið heldur hvassari í álvarssomum stríðsspurningum, so hevur Torvald Tu altíð nýtt hitt blíða skynsemi og sítt væl skiljandi kæti, har ið hvøss orð ikki hava bitið á. Tessvegna hevur Torvald Tu eisini vunnið sær so stórt vinalag millum sítt fólk bæði á bygd og í bý. Og ivaleyst er tað, at eisini hansara sakleysa kæti við álvara innanundir eigur sín stóra tátt í tí góða umdømi, ið hann sum skald eisini hevur vunnið sær í Føroyalandi.

Torvald er sum sagt í bestu árum enn, og vónandi vil hansara sanna og blíða norska lyndi enn í mong ár seta nýggjar blómur á nýnorskan skaldskap.

 

Í “Tingakrossi” nr. 16, 1952 skrivar Edward Mitens hesi minningarorð um Nyholm Debess.

Nyholm Debess

Í 1915 fekk eg áheitan frá ymsum monnum um at bjóða meg fram til fólkatingsval, og millum hesar menn var Nyholm Debess. Í mong ár arbeiddu vit saman á tingi. Nyholm gjørdi stórt og gott alment arbeiði í Framburðsfelag, í býráðnum og á tingi. Hann var trúfastur og álítandi og hevði serstakliga áhuga fyri at hjálpa sjúkum, og hann var í mong ár formaður fyri bróst- sjúkrahúsnevndini og gjørdi har eitt gott arbeiði fyri at bøta um viðurskiftini á bróstsjúkrahúsinum. Eina tøkk skal hann fáa fyri sítt arbeiði fyri hitt almenna og fyri sítt stríð sum sjálvstýrismaður.

Eg minnist Nyholm á ungum árum - ein vakur prúður ungur maður í vøkrum føroyskum búnaði við silvurknøppum og silvurspennum, við tí gula hárinum og tí vakra serkenda andliti.

Nyholm Debess var mentaður maður. Umframt dagliga arbeiði fekk hann stundir til at síggja og uppliva hitt vakra og ljósa í lívinum. Hann hevði søkt sær kunnleika og mentan eisini uttan fyri Føroyar, í Noregi og Danmark. Hann var sangari og gledd- ist við at syngja. Eg hoyri fyri meg sjálvan, hvussu vakurt og hugtakandi hann kundi syngja t.d. Vinjes sang við lag av Grieg:

“No ser eg atter slike Fjell og Dalar,
som deim eg i min første Ungdom såg,
og sama Vind den heita Panna svalar,
og Gullet ligg på Snjo, som før det låg.”

Hann var frálíkur veitslumaður. “I vertskapi fróur og glaður...”. Frálíkar veitslusangir hevur hann yrkt m.a. til veitslur í Havnar Klubba, har hann var góður limur í mong ár.

Eg minnist fleiri ferðir, vit vóru bodnir til Kirkjubíggjar saman við øðrum sjálvstýristingmonnum, hvussu hugnaligt vit høvdu tað saman við Jóannes bónda, hin framúrskarandi charmerandi blíði húsbóndi í tí sjáldsama vakra søguliga plássi á summartíð í sól. Her eins og hoyrdi Nyholm heima hjá vinmanninum Jóannesi.

Nyholm var eisini yrkjari. Í yrkingum hansara andar kærleiki til Føroyar og mál okkara, og bestu menniskjaligu kenslur streyma okkum ímóti.

Aldan brýtur, aldan fer,
aldan móti bergi ber,
aldan nítur, aldan slítur,
aldan skolar hólmasker.

Farið um jól og trettanda er,
nú dagarnir fara at dragna.
Tá vita vit, fram móti vári ber,
tá vetraródnin má tagna.

Eg minnist Nyholm frá manndómsárum og frá árum, tá hann eldist. Blíður og fryntligur var hann altíð, tá tú hitti hann. Eg vitjaði hann á seinastu sjúkralegu. Sjúkur og eldur var hann. Vit talaðu um gamlar dagar. Tað var tó hin sami Nyholm, og eitt lítið smíl leikti á andliti hansara.

Lívið bar honum eisini sorg og mótstreym, men gjøgnum alt gekk hann fram, og tað vakra og ljósa sá hann, og tað legði glæmu yvir dagarnar.

Nú Nyholm er farin, renna hesi bíløt fram fyri meg, og tey vilja koma fram í huga mínum støðugt.

 

 

To top

Heimildir

Bókmentir

“Dagblaðið”, 10. juni 1949.

“Dagblaðið”, 27. august 1948.

Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981.

Debess, Nyholm: “Aldan og onnur brot”. Yrkingar, søgur og røður í úrvali. Martin Næs og Janus Mohr løgdu til rættis, Sprotin 1998.

Debess, Nyholm: “Yrkingar og týðingar”, 1934.

“Dimmalætting”, 2. desembur 1931.

Heinesen, William: “Nyholm Debess”, “Varðin” 51. bind, hefti 1-2, 1984.

Mitens, Edward: “Nyholm Debess”, “Tingakrossur” nr. 16, 1952

“Nynorsk vekeblad”.

“Sosialurin” 20. novembur 1928.

“Stavanger Aftenblad”.

“Tingakrossur” 19. desembur 1928.

“Tingakrossur”, nr. 16. 1952.

Tu, Torvald: “Ástarbragd”, sjónleikur við songum í fýra pørtum. Tónaskald: Trygve Stangeland. Nyholm Debess týddi, 1936.

Tu, Torvald: “Eld i hjartekrå”, folkekomedie, Norli, Oslo 1928.

Tu, Torvald: “Gift deg!” Komedie i 3 akter, Norli, Oslo 1935.

Tu, Torvald: “Gift teg!” Sjónleikur í trimum pørtum. Nyholm Debess týddi, 1942.

Tu, Torvald: “Giftande gjenta”, lystspil i tre akter. Norli, Oslo 1927.

Tu, Torvald: “Giftingarfør genta”, skemtispæl í trimum pørtum. Nyholm Debess týddi, 1929.

Tu, Torvald: “Kjærlege par”. Folkespel med songar i 3 akter. Oslo 1926. Olaf Norlis forlag.

Tu, Torvald: “Storbrekkmyri”, spelstykke i ei vending, Stavanger 1914.

Tu, Torvald: “Kjærleik på Lykteland”, 1927.

Tu, Torvald: “Vinarlig hjún”, Nyholm Debess týddi, 1927.

Tu, Torvald: “Stig sol!” yrking, “Dagblaðið” 10. juni 1949.

“Varðin”, 51. bind, hefti 1-2, 1984.

Viðstein, M.S.: “Torvald Tu skald á 55. ári”. “Dagblaðið” 27. august 1948.

 

 

 

To top

Summary

“Vinarlig hjún” (“A Friendly Couple”) was written in 1926 by the popular Norwegian author, poet and playwright Torvald Tu (1893-1955). He wrote in “landsmaal” (i.e. modern Norwegian as opposed to Old Norse) with characteristics from his own local dialect in south-west-Norway spoken by around 50.000 people.

Four of his plays have been translated into Faroese by Nyholm Debess (1882-1952) who during his youth spent six years in Bergen as a plumber apprentice. “A Friendly Couple” appeared in Faroese in 1927.

To a large extent “Vinarlig hjún” is a musical in which there are twelve songs. There are four participants: a former widower (with a son) married to a former widow (with a daughter). When the young couple show an interest in one another the man is pleased, but the woman is displeased. The plot of the play is innocently built up of harmless arguments and small jealousy-dramas, but all entertainingly presented as humorous exaggerations that are well suited for the stage. Therefore the performance ought to have all possibilities of succeding in making the audience thoroughly enjoy themselves.  

 

To top