Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Aserbadjan


Lyklatøl

Høvuðsstaður: Baku

Vídd: 86.600 km2

Fólkatal: 8.467.000

Almentmál: aseriskt

Átrúnaður: islam 70%, aðrir 30%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: manat (AZN)

Aserbadjan

Hetta heita, turra landið er við Kaspiskahav. Í 8. øld kallaðu persar hetta landøkið Aserbadjan, „eldslogalandið", tí at brennandi gass setti upp úr jørðini. Aserbadjanar eru turkiskir muslimar, sum hertóku landið í 11. øld. Seinastu árini hevur drúgvt tjóðskaparstríð verið ímillum ymisk fólkasløg í landinum. Eisini hevur blóðugt marknastríð verið ímillum Aserbadjan og Armenia.

Landafrøðiliga er Aserbadjan partur av Asia, men mentanaliga er landið, umvegis Sovjetsamveldið, vorði alt meira evropeiskt. Sum dømi um hetta kann nevnast, at Aserbadjan síðan 2008 hevur luttikið í Eurovision. Í 2011 vann Aserbadjan kappingina við  sanginum Running Scared. Eldar og Nigar eita tey bæði úr Aserbadjan, sum vunnu Grand Prix kappingina 2011. Saman kalla tey seg Ell/Nikki.  

Fyri tað, at olja varð funnin í londunum við Persaflógva, kom helmingurin av allari olju í heiminum úr ovurstóru oljukeldunum tætt við aserbadjanska høvuðsstaðin Baku. Nú á døgum bora aserbadjanar eftir olju av boripallum í Kaspiskahavi. Vegakervið og ravmagnsorkuverkini til oljuídnaðin hava verið við til at menna annan ídnað, t.d. klædnaídnað.

Kavkasuslýðveldini

Langt eysturi í Evropa eru londini Ukreina og Moldava; landslagið er slætt, og jørðin er fruktagóð. Longri eysturi, ímillum Svartahav og Kaspiskahav, eru tey trý Kavkasuslýðveldini, Georgia, Armenia og Aserbadjan. Í 17. øld tók russiska zarveldið yvirræðið í hesum londum, og tá ið Sovjetsamveldið varð stovnað, gjørdust lýðveldini partur í tí. Londini fingu frælsið, tá ið Sovjetsamveldið fall fyrst í 1990-árunum. Fruktagóða landbúnaðarjørðin og stóra ráevnistilfeingið hava gjørt, at hesi lond eru ímillum tey ríkastu í gamla Sovjetsamveldinum. Høgu fjøllini í Kavkasus líva fyri tiltikna russiska vetrarkuldanum. Tað hevur við sær, at her er stór ferðavinna, helst á strondini við Svartahav.

Mesta fólkið í Ukreina og Moldava eru evropeisk og slavisk; men í Kavkasuslýðveldunum eru fleiri enn 50 fólkasløg. Sovjetstýrið í Moskva royndi at fáa burtur munin ímillum fólkasløgini í stóra samveldinum og noyddi tey, ið ikki vóru russar, at læra seg russiskt og taka við russiskari mentan, so at tey skuldu gloyma sína egnu mentan. Men mong fólkasløg á hesum leiðum hava eina ríka og stórbæra søgu og hava tvíhildið um egið mál og egna mentan.

Tá ið Sovjetsamveldið fall í 1991, og hesi lond gjørdust sjálvstøðug, tók hart stríð seg upp. Ymsar smátjóðir krevja at fáa vald yvir sínum landi; harðast hevur leikað á í Kavkasuslýðveldunum. Í Ukreina og Moldava eru viðurskiftini ring ímillum uppruna fólkið og mongu russarnar, ið vórðu eggjaðir at flyta higar í sovjettíðini.

Í hesum landøkjum er nógv kol, olja og gass, og londini gera og lata ógvuliga nógva orku. Í 1990 lótu hesi lond fjórðingin av allari orkuni, Sovjetsamveldið nýtti. Umframt kol úr Donetslækkanum í Ukreina og olju og gass úr Aserbadjan eru her eisini bygd kjarnorkuverk, vatnorkuverk og vindorkuverk. Nógvur metalmálmur, t.d. jarn, mangan, blýggj, sink, kopar og uran, koma eisini hiðani.

Høgu fjøllini í Kavkasus líva fyr kalda høgættarvindinum norðan av russisku víddunum. Tað ger, at grøði, sum ikki veksur aðrastaðni í gamla Sovjetsamveldinum, veksur væl her, til dømis te, vínber, nøtir, tubbak og bummull, sum verða seld gomlu sovjetisku lýðveldunum. Neyt og seyður ganga á biti í hálendinum.

Á ovurvíðu fløtunum í Ukreina og Moldava eru akrar, so langt eygað ber. Kornsløgini, teir dyrkað, eru hveiti, bygg, havri og mais. Her er ikki so nógv avfall sum í Kavkasuslýðveldunum, men breiðu, møku áirnar - tær størstu eru Dnepr og Dnjestr - gera, at væl ber til at veita vatn á fruktagóðu, svørtu moldina.