Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Kambodja


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Phnom Penh

Vídd: 181.040 km2

Fólkatal: 14.753.320 

Almentmál:
khmerskt

Átrúnaður: 
buddisma 95%, aðrir 5%

Stýrirlag: 
fólkaræði - fleirflokkaskipan (avmarkað kongadømi)

Gjaldoyra: 
riel (KHR)

Kambodja

Fá lond hava verið so hart roynd sum Kambodja. Í 1970 varð tað drigið upp í kríggið í grannalandinum Vjetnam. Frá 1975 til 1979 ráddu Reyðu Khemerarnir við Pol Pot á odda; hetta var kollveltingarherur, sum drap fleiri enn eina millión kambodjanar. Í 1979 gjørdi Vjetnam innrás í Kambodja at reka Pol Pot frá, og borgarakríggj brast á í landinum. Tað vardi til 1991.

Drúgvu kríggini í Kambodja hava verið ræðulig og hava komið landinum í eina syndarliga støðu. Vega- og jarnbreytarkervið er oyðilagt, og ídnaður er næstan eingin. Um 3 mió. minur liggja enn niðurgrivnar um alt landið. Hóast roynt verður at rudda tær burtur, varnast mong ikki minurnar, fyrr enn onkur traðkar á tær. Eini 20.000 fólk eru vorðin lamløstað av minum.

Í 600 ár var stóri tempulstaðurin Ankor Vat fjaldur í regnskóginum norðan fyri Tonle Sapvatn í Norðurkambodja. Khmerkongurin Suryavarman 2. læt hann byggja í 12. øld at æra hindugudin Vishnu. Ankor Wat er stórur meginbygningur, umgyrdur av smærri templum, borgum og ómetaliga stórum virkisgryvjum og vatngoymslum. Ankor Vat var leingi miðdepil í Kkmerríkinum, eitt av sterkastu kongsríkjum í Landsynningsásia, men tá ið tað fall, rýmdi fólkið haðan, og sum tíðin leið, huldi regnskógurin staðin. Hann var ikki funnin aftur fyrr enn í 1860- árunum.

Í templinum í Ankor Vat dansaðu hovdansarar átrúnaðarligan dans, ið bygdi á sagnir úr indiskum søgum um Ramayana og Mahabharata. Hesin forni dansur er vakur við ógvuliga føstum stigum og dansilagi. Tað varir mong ár at læra at dansa henda dansin. Dansararnir eru í baldýraðum búna, sum er so trongur, at hann má verða seymaður upp á dansararnar til hvørja sýning.