Vjetnam
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Hanoi
Vídd: 329.560 km2
Fólkatal: 89.571.130
Almentmál:
vjetnamesiskt
Átrúnaður:
buddisma 55%, katólskur kristindómur 10%, aðrir 35%
Stýrirlag:
einflokkaskipan - kommunistiskt
Gjaldoyra:
dong (VND)
Slóðir
Vjetnam
Tveir triðingar av landbúnaðarjørðini í Vjetnam standa undir í vatni meginpartin av árinum; men tað er við vilja, tí at lendið verður nýtt til rísakrar. Í regntíðini floymir vatnið yvir rísmarkirnar, ið verða byrgdar við lágum vøllgarðum, so at vatnið rennur ikki burtur. Tá ið fjarar, koma runutu rísmarkirnar undan. Sáðað verður við hond; tað er konufólkarbeiði. Tveir til tríggjar mánaðir seinni verða rísakrarnir skornir.
Hvønn dag í 13 ár bóru fjølmiðlar um allan heim tíðindi frá ræðuliga Vjenamkrígnum, sum var ímillum kommunistiska Norðurvjetnam og Suðurvjetnam, ið amerikanarar stuðlaðu. Tá ið kríggið endaði í 1975 við norðurvjetnamesiskum sigri, var landið púra niðurundirkomið og útarmað, og mong fólk royndu at sleppa sær av landinum. Nú verður landið umrøtt, tí at tað ber skjótt framá búskaparliga. Búskaparfrøðingar hava kallað landið "tikaran á súkklu", tí búskapurin er sterkur, men fólkið er fátækt, og einasta akfar, tey hava ráð at keypa, er súkkla. Útlendskar fyritøkur gera íløgur í nýggjan ídnað, og ferðafólk vitja nú aftur.
Tá ið kríggið var av, royndu mangir vjetnamesar at rýma av landinum at leita eftir arbeiði ella av ótta fyri, at søkt varð at teimum. Tey hildu til havs í báti og vónaðu at sleppa til Vesturheimin um Hongkong, Malaisia ella Singapor. Eftir kríggið og fram til 1980 flýddu hálv mió. Færri fólk flýddu, tá ið grannalondini fóru at senda flýddar vjetnamesar heimaftur. Mong teirra, ið flýddu íbáti, doyðu á ferðini av sjúku ella gingu burtur. Bátarnir vóru mangan so ovfyltir, veikir og vánaligir, at teir sukku.
Í flestum stórbýum í heiminum er bilurin vanligur á vegnum; men í Vjetnam er tað súkklan. Heilt fáir vjetnamesar eru so múgvandi, at teir hava ráð at keypa bil, og tí súkkla næstan øll til arbeiðis ella til handils. Í trokingartíðini á morgni og á kvøldi eru gøturnar í Ho Chih Minh- býi og øðrum stórbýum fullar av fólki á súkklu, sum ringja við klokkunum og rópa á hini, ið súkkla og ganga, um ikki at vera fyri.
Tríggir fjórðingar av vjetnamesarum búgva á bygd. Av tí at fá eiga bil, og bara ein høvuðsjarnbreyt er í landinum, er tað ógvuliga sjáldsamt, at bygdafólk fara til stóru býirnar Hanoi ella Ho Chi Minh. Mesta fólkið býr í smáum bygdum og livir sum jarðyrkisfólk og verkafólk. Húsini eru smá og stoypt upp, laðað av múrsteini, ella av viði og takt við hálmi og pálmabløðum. Í flestum húsum eru tvey rúm; annað er køkur og borðstova í einum, hitt sovikamar. Vatn er ikki lagt inn í húsini, tað verður borið úr brunninum ella undan lækjuni, sum er tætt við húsini. Fólk liva mest av frukt og grønmeti, ið tey sjálvi dyrka á gørðunum. Kjøt verður bara etið um høgtíðir.
Fyrr doyðu so mangir nýðføðingar í Vjetnam, stutt eftir at teir vórðu føddir, at foreldrini hátíðarhildu ikki, at barnið var føtt, men bíðaðu, til tað var fýra vikur gamalt. Hesin siður verður enn hildin. Tá ið barnið verður ársgamalt, halda foreldrini dagin, ið verður nevndur thoi noi. Tey halda eini fjøl við ymsum lutum framman fyri barnið. Tann lutur, barnið tekur í hondina, sigur, hvat tað fer at gera, tá ið tað er tilkomið.
Landsynningsasia - meginlandið
Hetta landøkið er norðan undan Himaleiafjøllum og tætt suður at Miðkringi. Mesta fólkið býr í áardølunum, ið skera seg ígjøgnum fruktagóða landslagið. Í teimum sjey londunum í hesum øki eru nógv fjøll, og helvtin av lendinum er skógur. Burma er avbyrgt, fátækt og eftirland á næstan øllum økjum. Harafturímóti eru Teiland, Maleisia og fram um øll Singapor rík lond við framkomnum ídnaði. Vjetnam, Kambodja og Laos koma nú á føtur aftur eftir drúgv og ræðulig kríggj. Londini hava monsunveðurlag, turrtíð frá november til mars og regntíð frá mai til oktober.
Tá ið regntíðin kemur í mai, hátíðarhalda fólk í Laos og Landnyrðingsteilandi bun bang fai, rakettveitsluna. Tey gera stórar rakettir úr stál- ella plastrørum og fylla tær við einum 500 kg av krúti. Rakettirnar verða skotnar upp í luftina at fáa regngudin, Vassakarn, at lata tað regna.
Alt síðan fornøld hava fólk búð í dølunum fram við stóru áunum Irrawaddy, Mekong og Salween, mest tí at rís veksur so óføra væl á hesum leiðum. Allir stórir býir í Landsynningsásia eru við eina á. Í dølunum velta bøndurnir hvønn jarðarteig og laða bríkar í brøttu líðunum, har dyrka teir rís og aðra grøði. Úr áunum veita og bera teir vatn á akrarnar. Í regntíðini fara áirnar upp um áarbakkan, og markirnar standa undir í vatni. Áirnar bera runu við sær úr hálendinum og oman á slætt. Runan, sum áirnar bera við sær oman úr hálendinum, taðar ógvuliga væl.
Mekongoyrarnar syðst í Vjetnam eru eitt av størstu ríslendunum í heiminum, og har verður meginparturin av tí rísi dyrkaður, ið ger Vjetnam til sættstørsta rísútflutningsland í heiminum. Bøndurnir á oyrunum dyrka eisini frukt og veiða nógvan fisk í mórutu áunum.
Mótsett áardølunum, har ógviliga nærbýlt er, býr lítið fólk í hálendinum, har nógvur skógur veksur. Fólkið har livir av at dyrka jørðina og at veiða og henta frukt í skógunum. Hesin gamli lívsháttur er nú í vanda at doyggja burtur, tí at fólkið í londunum fjølgast skjótt, og tí at skógarvinnufyritøkur høgga skógin niður.
Í hálendinum, har jørðin er nógv, men fá eru at dyrka hana, nýta bøndurnir ein avgamlan dyrkingarhátt, nevndur sviðjubúnaður. Teir rudda og svíðja av eitt stykki í skóginum og velta í tí nøkur ár og flyta síðan úr stað, rudda so eitt annað stykki og lata tað gamla liggja sum opinekru. Jørðin verður ongantíð fullkomiliga púrgað, og skógurin veksur upp aftur.
Teiland er tað landið í heiminum, ið dyrkar mest ananas, men henda frukt verður eisini dyrkað nógva aðra staðni í Landsynningsásia.
Í einari vjetnamskari frumsøgn verður sagt frá einum ovurstórum dreka, ið stoytti seg niður úr luftini og sorlaði kálksteinsstrondina í túsundtals stykki, áðrenn hann hvarv niður í dýpið. Soleiðis vórðu oyggjarnar og drangarnir í Ha Long-flógvanum til; navnið merkir „har drekin stoytti seg í havið". Stórsligna landslagið hevur veitt mongum listafólkum íblástur.
Snarpa velbrúna svalan ger sær reiður undir loftinum í hellum víða um í Landsynningsásia. Tað er bæði óráðtøkið og vandamikið, tá ið ungir menn fara upp í veikum stigum at taka niður reiðrini, sum eru bót í svalareiðursúpan. Reiðrini eru klínd saman av fuglaráka, men verða sum nudlur, tá ið tey verða latin í kókandi vatn.