Laos
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Vientiane
Vídd: 236.800 km2
Fólkatal: 6.993.767
Almentmál:
lao
Átrúnaður:
buddisma 85%, aðrir 15%
Stýrirlag:
einflokkaskipan - kommunistiskt
Gjaldoyra:
kip (LAK)
Laos
Laos er kommunistiskt ríki og er av fátækastu og avbyrgdastu londum í heiminum. Tríggir fjórðingar av fólkinum eru bøndur, og flestu teirra dyrka ikki meira enn til dagligt breyð. Í Mekongdali er fruktagott, men hálendið er berligt og ónýtiligt sum landbúnaðarjørð. Men nógv gull og onnur steinsløg eru í Laos; eisini er nógvur skógur, og kaffi verður dyrkað.
Hmongfólkið og onnur fólkasløg hava í øldir livað fyri seg sjálvi í fjarskotna hálendinum í Laos. Tey dyrka mais og rís til matna og dreymsóljuna, sum tey selja. Men drúgvu kríggini á hesum leiðum tóku lutvíst grundarlagið undan hesum gamla lívshátti, og mong hmongfólk eru rýmd av landinum.
Stórsligna Vinabrúgvin um Mekongá, stutt frá høvuðsstaðnum Vientiane, varð latin upp í 1994. Í 2007 læt Onnur Vinabrúgvin upp. Laos er avbyrgt frá havinum - hevur onga strond. Brúgvarnar eru einasta beinleiðis samband við Teiland og havnabýirnar har.