Malaisia
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Kuala Lumpur
Vídd: 329.750 km2
Fólkatal: 26.160.256
Almentmál:
maleisiskt
Átrúnaður:
islam 53%, buddisma 18%, kinverskir átrúnaðir 11%, hinduisma 7%, kristindómur 7%, aðrir 4%
Stýrirlag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra:
ringgit (MYR)
Malaisia
Malaisia er í tveimum høvuðslandslutum, sum eru langt hvør frá øðrum, ímillum landslutirnar er Suðurkinahav. Vestari landslutur er á meginlandinum, sunnarlaga á Malakkanesi ímillum Teiland og Singapor, og eystari landslutur er norðarumegin í Borneo. Knappliga 30 mió. fólk búgva í Maleisia, tey flestu í stórbýunum á meginlandinum. Fimta hvørt ár velur Maleisia nýggjan ríkisovasta. Landið er samveldisríki, tilsamans eru sekstan ríki, herav níggju sultánríki. Sultántrúnan gongur í arv, og sultánarnir skiftast um at verða kongar í Malaisia.
Næstan helvtin av fólkinum í Malaisia eru malaiar. Um ein triðingur eru kinverjar, og hini eru ættað frá tilflytarum av Indianesi ella eru ymisk upprunafólk. At fólkið hevur verið so blandað, var fyrr atvold til stríð ímillum fólkasløgini.
Í 1857 settu nakrir tinhøggarar upp eina legu, har áirnar Klang og Gombak renna saman í eitt. Teir nevndu leguna Kuala Lumpur, sum á maleiskum merkir "runutur samkomustaður". Legan vaks skjótt og gjørdist handilsmiðstøð í tin- og gummivinnu. Nú er Kuala Lumpur høvuðsstaður í Malaisia, og har búgva fleiri enn 1,8 milliónir fólk.
Nógv náttúrutilfeingið er í Malaisia, og í landgrunninum við landspartin Sarawak í oynni Borneo eru nógv olja og gass. Einki annað land í heiminum vinnur út so nógva pálmaolju, hon verður nýtt til matgerð og í sápuídnaðinum; bara Brasil ger meiri rágummi. Í regnskógunum í Sarawak veksur dýrur viður, men serfrøðingar halda, at skógurin fer at minka skjótt, tí at meira verður høgt niður, enn tað veksur upp aftur.
Undir børkinum á gummitrænum er hvít sevja, nevnd latex, ið verður gjørt til rágummi. Gummitræið veksur í tropuveðurlagi og veksur væl í lágu fjøllunum á Malakkanesi. Sevjan verður latin gummivirkjunum, sum eru tætt við, har tappað verður. Har verður hon stoytt í kør og blandað við vatni og sýru; síðan verður hon gjørd til tunnar plátur, ið verða royktar ella hongdar út at torna.
Í 1970-árunum vóru fáar verksmiðjur í Malaisia, og næstan øll rávøra landsins, t.d. gummi og tin, varð flutt út til onnur lond og gjørd til lidnar ídnaðarvørur.
Í 1990-árunum var búskaparliga menningin í Malaisia størri enn í flestum londum í heiminum. Enn verður nógv náttúrutilfeingi vunnið, men ídnaðurin er ógvuliga nógv vaksin. Nú eru tveir triðingar av útflutninginum liðug vøra, t.d. bilar, elektrónikkur, klæði og matvøra.
Fyrsti bilur, sum var gjørdur í Malaisia - slagið er Proton - fór av bilverksmiðjuni við býin Kuala Lumpur í 1985. Í 1999 vóru 110.000 proton-bilar gjørdir um árið, hetta talið er voksið nógv síðan tá, mangir teirra verða seldir til Indonesia, Singapor og Bretlands. Hetta bilmerkið hevur verið so væl umtókt, at Malaisia nú er farið í holt við eina aðra nýggja bilverkætlan. Landið er eisini altjóða miðdepil í elektrónikkídnaði, og einki annað land í heiminum ger so nógvar disklastøðir til teldur.
Í 1414 tók fólkið í Malakka við islamskari trúgv, tí at sultánur teirra giftist við muslimskari kongsdóttur úr Sumatra. Nýggi átrúnaðurin festi skjótt røtur um alt landið. Nú á døgum er størri helmingurin av fólkinum í Maleisia muslimar; flestir teirra halda enn islamskar lógir og siðir, og mong konufólk hava klæði um høvur og herðar, tá ið tær fara út.
Av tí at nógv fólk býr fram við áunum og á láglendinum við strendurnar - hetta er lendið, sum javnan stendur undir í vatni - verða húsini sett á steyrar, ið standa djúpt niður í jørðina. Bygdir við tílíkum húsum, nevnd kampung, eru víða hvar í Asia. Húsini standa høgt frá jørðini, at tey skulu ikki fara í vatnflóð. Mongu gluggarnir og tað, at opið er undir gólvinum, ger, at húsini eru turr, og tað verður ikki so klumrut inni.
Landsynningsasia - meginlandið
Hetta landøkið er norðan undan Himaleiafjøllum og tætt suður at Miðkringi. Mesta fólkið býr í áardølunum, ið skera seg ígjøgnum fruktagóða landslagið. Í teimum sjey londunum í hesum øki eru nógv fjøll, og helvtin av lendinum er skógur. Burma er avbyrgt, fátækt og eftirland á næstan øllum økjum. Harafturímóti eru Teiland, Maleisia og fram um øll Singapor rík lond við framkomnum ídnaði. Vjetnam, Kambodja og Laos koma nú á føtur aftur eftir drúgv og ræðulig kríggj. Londini hava monsunveðurlag, turrtíð frá november til mars og regntíð frá mai til oktober.
Tá ið regntíðin kemur í mai, hátíðarhalda fólk í Laos og Landnyrðingsteilandi bun bang fai, rakettveitsluna. Tey gera stórar rakettir úr stál- ella plastrørum og fylla tær við einum 500 kg av krúti. Rakettirnar verða skotnar upp í luftina at fáa regngudin, Vassakarn, at lata tað regna.
Alt síðan fornøld hava fólk búð í dølunum fram við stóru áunum Irrawaddy, Mekong og Salween, mest tí at rís veksur so óføra væl á hesum leiðum. Allir stórir býir í Landsynningsásia eru við eina á. Í dølunum velta bøndurnir hvønn jarðarteig og laða bríkar í brøttu líðunum, har dyrka teir rís og aðra grøði. Úr áunum veita og bera teir vatn á akrarnar. Í regntíðini fara áirnar upp um áarbakkan, og markirnar standa undir í vatni. Áirnar bera runu við sær úr hálendinum og oman á slætt. Runan, sum áirnar bera við sær oman úr hálendinum, taðar ógvuliga væl.
Mekongoyrarnar syðst í Vjetnam eru eitt av størstu ríslendunum í heiminum, og har verður meginparturin av tí rísi dyrkaður, ið ger Vjetnam til sættstørsta rísútflutningsland í heiminum. Bøndurnir á oyrunum dyrka eisini frukt og veiða nógvan fisk í mórutu áunum.
Mótsett áardølunum, har ógviliga nærbýlt er, býr lítið fólk í hálendinum, har nógvur skógur veksur. Fólkið har livir av at dyrka jørðina og at veiða og henta frukt í skógunum. Hesin gamli lívsháttur er nú í vanda at doyggja burtur, tí at fólkið í londunum fjølgast skjótt, og tí at skógarvinnufyritøkur høgga skógin niður.
Í hálendinum, har jørðin er nógv, men fá eru at dyrka hana, nýta bøndurnir ein avgamlan dyrkingarhátt, nevndur sviðjubúnaður. Teir rudda og svíðja av eitt stykki í skóginum og velta í tí nøkur ár og flyta síðan úr stað, rudda so eitt annað stykki og lata tað gamla liggja sum opinekru. Jørðin verður ongantíð fullkomiliga púrgað, og skógurin veksur upp aftur.
Teiland er tað landið í heiminum, ið dyrkar mest ananas, men henda frukt verður eisini dyrkað nógva aðra staðni í Landsynningsásia.
Í einari vjetnamskari frumsøgn verður sagt frá einum ovurstórum dreka, ið stoytti seg niður úr luftini og sorlaði kálksteinsstrondina í túsundtals stykki, áðrenn hann hvarv niður í dýpið. Soleiðis vórðu oyggjarnar og drangarnir í Ha Long-flógvanum til; navnið merkir „har drekin stoytti seg í havið". Stórsligna landslagið hevur veitt mongum listafólkum íblástur.
Snarpa velbrúna svalan ger sær reiður undir loftinum í hellum víða um í Landsynningsásia. Tað er bæði óráðtøkið og vandamikið, tá ið ungir menn fara upp í veikum stigum at taka niður reiðrini, sum eru bót í svalareiðursúpan. Reiðrini eru klínd saman av fuglaráka, men verða sum nudlur, tá ið tey verða latin í kókandi vatn.