Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Ísland


Lyklatøl

Høvuðsstaður: Reykjavík

Vídd: 103.000 km2

Fólkatal: 311.058

Almentmál: íslendskt

Átrúnaður: kristindómur 96%, aðrir 4%

Stýrðislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: íslendsk króna

 

Ísland

Ísland er heimsins fimtastørsta oyggj og heimsins norðasta tjóðveldi. Ísland er háslætti á Norðuratlantshavsryggi. Norskir niðursetumenn nomu Ísland um somu tíð sum Føroyar. Eins og Føroyar var Ísland fyrst undir norskum og seinni undir donskum ræði, men í 1944 var tjóðveldið Ísland stovnsett. Ísland er nútíðar samfelag, við góðum sambandi við umheimin, bæði loftvegis og eftir sjónum. Veðurlagið í Íslandi er ógvuliga skiftandi, og høvuðsvinnan er fiskivinna. Landbúnaður og ferðamannavinna eru týðandi vinnugreinir. Í Íslandi eru nógvir stórir skriðjøklar og eini 30 virkin gosfjøll eru í landinum, t.d. Hekla, og uml. fimta hvørt ár er okkurt rættiligt eldgos.  Mikil hiti í undirgrundini elvir til, at heitt vatn rennur og spríkir upp úr jørðini. Ongastaðni í heiminum eru so nógvar heitar keldur sum í Íslandi, og í mongum býum verður heita vatnið nýtt til bíliga og reina orku at hita hús við. Millum tær mongu íslendsku hondskriftirnar er Føroyingasøga

Annar hvør íslendingur býr í Reykjavík, sum er høvuðsstaður landsins. Reykjavík er við Faksaflógva, er stórur havnarbýur og mentanarmiðdepil landsins.

Ísland liggur á Miðatlantsrygginum. Her koma tvær stórar plátur í jarðarskorpuni saman. Eftir hesum ryggi rennur altíð grótbræðing úr undirgrundini upp gjøgnum rivur í havbotninum. Tí broytist havbotnurin støðugt, og nýtt land verður til. Hvørt ár verður Ísland tveir sentimetrar breiðari, tí báðar pláturnar taka seg sundur. "Gloppið" millum pláturnar fyllist við storknaðari lava. Fyri 200 mió. árum síðan - væl áðrenn Ísland varð til - fóru báðar pláturnar at reka hvør sín veg. Tá var landfast millum Grønland og Noreg.

Bíliga orkan í Íslandi kemur ikki bara úr teim heitu keldunum. Í nógvum áum eru høgir fossar. Vatnorkan verður brúkt í ravmagnsverkum. Gullfossur verður sagdur at vera vakrasti fossur í Íslandi. Fossurin er 32 m høgur. Hægsti fossur í Íslandi, Háifossur, er 122 m. Meginparturin av íslendska ravmagninum fer til at vinna aluminium úr aluminiumsmálmi. Aluminium er landsins mesta innflutningsvøra.  

Fýra stórir jøklar eru í Íslandi. Størstur er Vatnajøkul á Suðurlandinum, o.u. 9.000 km2. Hinir eru Hofsjøkul, Mýrdalsjøkul og Langjøkul. Smærri jøklar eru eisini, t.d. Snæfellsjøkul á Vesturandinum. Jøkulsfóturin skríður omaneftir, grevur fyri sær og á tann hátt myndar hann landslagið. Tá ið kavin bráðnar um summarið, eru áirnar stórar. Í 2010 goysti Eyjafjallsjøkul, og legði øskuskíggj frá hesum gosi flogferðsluna í Evropa lamna í fleiri vikur. Í 2011 var evropeisk flogferðsla aftur órógva av øsku, hesa ferð frá gosinum Grímsvøtn.

Íslendska rossið var í øldir álitið, tá ið menn skuldu fara bygdanna millum og upp um fjøll. Hetta rossaslagið er bæði treyst og raskt og dugir so sera væl at fóta sær. 

Hesi seinnu árini hava íslendingar lagt stóran dent á at bøta um vegirnar millum bygdir og býir. Nú eru flestu vegirnir asfalteraðir. Strendurnar eru o.u. 5.000 km til longdar, og flestu havnir hava regluligt samband við strandfaraskipum. Íslendska flogfelagið Flúgleiðir (Icelandair) hevur regluligt ferðasamband við Evropa og Amerika. Einir 100 flogvøllir eru í Íslandi. Úr Føroyum eru 2 tímar at flúgva til Reykjavíkar við British Aerospace flogfari hjá Atlansflog .

Seinnu árini hevur rock tónleikabólkurin Sigur Rós, saman við songkvinnuni Bjørk, gjørt vart við seg á alheims tónleikapallum.