Kroatia
Lyklatøl
Høvuðsstaður: Zagreb
Vídd: 56.540 km2
Fólkatal: 4.555.000
Almentmál: kroastiskt
Átrúnaður: kristindómur 89%, islam 1%, aðrir 10%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: kuna (HRK)
Kroatia
Í mong hundrað ár var Kroatia partur í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn, til tað fór upp í Jugoslavia í 1918. Tá ið Jugoslavia fór sundur í 1991, var Kroatia fyrsta land, ið lýsti seg sjálvstøðugt ríki. Næstan beinanvegin tóku serbiskar herdeildir seg inn í landið, og aldargamla hatrið ímillum kroatar og serbar elvdi til kríggj og ófrið, sum tók seg upp í øllum londunum í gamla Jugoslavia. Í Kroatia er nógv olja, kol og bauxit.
Í lýggju fruktagóðu dølunum í Norðurkroatia liggur væl fyri at dyrka frukt, t.d. dyrka teir blommur, vínber og aprikosur. Kroatar dyrka eisini nógv lín; úr treyjunum virka teir línklæði, tog og lørift, og úr frænum gera teir línolju. Línplantan verður skorin, tá ið leggurin gulnar í neðra. Plantan verður løgd at rota og síðan treskt; tá eru bara tægrirnar eftir.
Í 7. øld bygdu rómverjar gamla kroatiska havnabýin Dubrovnik. Har eru smalar gøtur og tjúkkir múrar. Av tí at býurin var væl vardur innan fyri múrarnar, gjørdist hann tydningarmikil handilsmiðdepil á hesum leiðum. Nógva ríkidømið, ið handilin gav av sær, var grundarlag og áeggjan til eina blómandi list, sum enn er til. Býurin fór illa í krígnum við serbar, men nógv er longu umvælt og bygt upp aftur.
Langa strondin við mongum oyggjum útifyri við hundraðtals víkum, strondum og djúpum hellum, har brøtt fjøll og høg bergstrond eru fyri, hava leingi drigið mong ferðafólk til sín. Í 1990 vóru fleiri enn 12 mió. útlendsk ferðafólk í landinum. Undir krígnum í 1990-árunum var mest sum eingin ferðavinna.
Balkan - útnyrðingspartur
Slovenia og Kroatia eru norðan úr kavataktu Alpunum og suður at sólfevndu strondunum við Adriahav. Savaá rennur í ein landsynning ígjøgnum bæði londini, fer fram við báðum høvuðsstøðunum Ljubljana og Zagreb og rennur at enda í Donau. Fram við Sava er nógvastaðni slætt, fruktagott lendi. Fyri vestan í Slovenia er landsluturin Karst, ið eitur eftir stórslignu kálksteinsfjøllunum. Summi helli í Karstfjøllum, t.d. tey við Postonja, eru so stór sum dómkirkjuhválv. Av tí at bæði londini í øldir vóru undir keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn, hava tey havt nógv mentanarligt samband við onnur lond í Evropa. Tá ið fyrri heimsbardagi var um at vera av, vórðu tey limað inn í nýstovnaða samveldisríkið Jugoslavia; men í 1991 lýstu tey seg sum fræls ríki.