Liktinstein
Lyklatøl
Høvuðsstaður: Vaduz
Vídd: 160 km2
Fólkatal: 35.000
Almentmál: týskt
Átrúnaður: kristindómur 95%, aðrir 5
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: sveisiskur frankur (CHF)
Liktinstein
Høgt uppi í Ríndali, á markinum ímillum Sveis og Eysturríki, er lítla týskmælta fúrstadømið Liktinstein. Liktinstein er eitt av fáu smáríkjunum í Evropa, sum hevur megnað at varðveitt sjálvræði sítt. Heilt óheft er landið kortini ikki, tí at tað hevur gjaldaoyrasamband við Sveis og nýtir eisini postverkið og telefonverkið í Sveis. Í uttanríkismálum samstarva teir eisini við grannan fyri vestan.
Fíggjarligar tænastuveitingar eru týdningarmiklar fyri búskapin í Liktinstein, og fræls bankalóggáva og støðug politisk viðurskifti draga mong peningafólk higar. Virkin landbúnaður, blómandi smáídnaður og ferðavinna veita landinum góða inntøku. Mongu vinnuvegirnir gera Liktinstein til ógvuliga ríkt land.
Liktinstein ger vøkur frímerkir, ið eru nógv eftirspurd millum savnarar. Frímerkjasøla er um 10% av árligu ríkisinntøkunum.