Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Pólland


Lyklatøl

Høvuðsstaður: Warszawa

Vídd: 312.680 km2

Fólkatal: 38.082.000

Almentmál: pólskt

Átrúnaður: kristindómur 95%, aðrir 5%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: sloti (PLN)

Pólland

Pólland er ein blandingur av spjøddum landbúnaðarbygdum og vøkrum miðaldarbýum. Næstan alt landið er fláur slætti, og tilsamans er tað størri í vídd enn hini trý londini í Miðevropa. Fyrr búðu mong fólkasløg í Póllandi, men kríggj, jødatyning nasistanna, burturflyting og marknabroytingarnar í 1945 hava havt við sær, at mesta fólkið nú eru póllendingar, ið hoyra til katólsku kirkjuna. Fyrst í 1980-árunum settu póllendingar seg meiri og meiri upp ímóti kommunistastýri landsins, sum varð stuðlað úr Sovjetsamveldinum.

Fakfelagsformaðurin Lech Walesa stóð á odda í stríðnum, tá ið póllendingar sluppu undan kommunistastýrinum. Hann gjørdist forseti í nýggja fólkaræðisstýrda Póllandi í 1990. Tíggju ár frammanundan høvdu ónøgdir verkamenn á Lenin-skipasmiðjuni í Gdansk mótmælt vánaligu viðurskiftum sínum. Fakfelagið Solidaritet, við Lech Walesa á odda, gekk undan í stríðnum. Skiftið til fólkaræði hevði við sær ótrygg politisk viðurskifti.

So leingi Pólland stóð undir Sovjetsamveldinum, var landið við í einari stórari, miðstýrdari búskaparskipan. Til dømis varð stál flutt úr Sovjetsamveldinum til Póllands, har tað m.a. varð nýtt til traktorar, ið síðan vórðu fluttir út til okkurt Sovjetlýðveldi. Eftir at fólkaræði aftur varð sett í gildi, hevur Pólland roynt at lagt stóran dent á at lagt um til marknaðarbúskap og at selt privatum fyritøkum tær stóru, ótíðarhóskandi, ríkisriknu verksmiðjurnar.

Stórur partur av póllendingum er smábøndur, og pólska fólkið legði sær eina við at goyma gamlar siðir øll árini, Sovjetsamveldið hevði so stóran ávirkan í landinum. Tí vórðu bóndagarðarnir ikki lagdir saman í ovurstórar felagsgarðar, sum annars var vanligt í londunum, ið vóru undir kommunistiska sovjetstýrinum. Sumstaðni í Póllandi pløga bøndurnir enn við rossi. Enn er eisini vanligt at virka vørur og gera listhandverk heima. Innbúgvið er litfagurt málað, og vanligt er at prýða húsini innan við baldýringum og útskornum lutum.

Um fjórðingur av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum. Mesta grøðin er epli, korn og sukurrøtur; nógv verður eisini gjørt burtur úr neytahaldi. Einstakir bøndur hava marknaðarbrúk burturav, men teir flestu dyrka eitt sindur at selja og hava tað, ið eftir er, til sín sjálvs. Landbúnaðurin er soleiðis, tí at flestu garðarnir eru smáir óðalsgarðar og framíhjávinna. Tey, ið sita við gørðunum, eru eldri fólk í eftirlønaraldri.

Stórslignu miðaldarhúsini í Kraków eru sjónlig dømi um, at Pólland var stórveldi í 15. og 16. øld, áðrenn landið var skift sundur ímillum onnur ríki. Gomlu kirkjurnar, borgirnar og almennu fyrisitingarhúsini í Póllandi eru ímillum tað vakrasta, sum bygt er í Evropa. Mangir bygningar fóru illa ella vórðu oyðilagdir í seinna heimsbardaga, men í Kraków varð ikki so nógv oyðilagt. Tíverri er luftdálkanin stór í Kraków, ein tann versta í Evropa; høvuðsatvoldin er stóra stálverkið Nowa Huta, tætt við býin.

Miðevropa

Hjartað í Miðevropa eru tey fyra londini, Pólland, Kekkia, Slovakia og Ungarn. Í Póllandi og Ungarn er ógvuliga slætt, men í pørtum í Kekkia og Slovakia er hægri. Landamørkini í Miðevropa eru mangan flutt seinastu øldirnar. Ein atvold var, at landslagið er so slætt, at ilt var at verja seg, tá ið fremmant hervald søkti at; eitt annað var, at landøkið var ímillum fýra stórveldið: Russland, Eysturríki-Ungarn, Proysland og Ósmannaríkið. Eftir seinna heimsbardaga hevði Sovjetsamveldið eftirlit við Miðevropa, og londini hava bara havt fult frælsi síðan síðst í 1980-árunum.

Flestu miðevropearar eru rómverskt katólskir. Halgidagshald og aðrar átrúnaðarligar kirkjuligar høgtíðir eru fastir tættir í gerandislívinum. Londini vórðu ikki kristnað fyrr enn um ár 1.000. Av tí at fólkið í hesum londum javnan hevur staðið undir øðrum tjóðum, hava tey verið tjóðskaparsinnað, og katólska kirkjan hevur verið týðandi partur av samleikanum.

Tónleikur, dansur og sangur eru fastir tættir í brúdleypum, heystgildum, ættarveitslum, á jólum og í øðrum kirkjuligum høgtíðum. Siðirnir eru ymiskir og ofta staðbundnir - eru í sama øki, og hægst í metum á bygd. Í Póllandi t.d eru flestu tónleikarar sjálvlærdir og taka bara ljóðføri fram eftir strevnan arbeiðsdag. Slovakiskir fólkatónleikarasiðir eru best goymdir í fjallabygdunum, har eitt annað mentanareyðkenni eru litríku tjóðbúnarnir.

Donau er ein týdningarmikil flutningsleið, ið knýtir Slovakia og Ungarn saman við Týskland og Ríná fyri vestan og við Svartahav í Landsynningsevropa. Áður var nógv skipaferðsla á Donau, men nú er flutningurin minkaður, tí at handilin við gamla Sovjetsamveldið er so nógv minkaður. Nógvastaðni er áin byrgd og vatnsmegin veitt í orkuverk - byrgingin við Gabcikovo veitir 15% av allari ravmagnsnýtsluni, sum Slovakia nýtir um árið.

Brúnkol er mest nýtta brenni í Miðevropa. Tað verður brent í stórum orkuverkum, sum gera ravmagn. Mikil dálkan stendst av hesi orkugerð, tí at nógv svávul verður úrskilt, tá ið brúnkol brennur. Tá ið kolið verður brent, verður roykurin blandaður við vætuna í luftini; burtur úr tí verður svávulsýra ella „súring", sum, tá ið hon fellur niður aftur við avfalli, tærir grótbygningar og týnir vøtn og skógir. Eitt annað, ið veksur nógv um luftdálkanina í hesum londum, er bilosi. Ferðslan er ikki so tøtt sum t.d. í Vesturevropa; men flestu bilarnir eru gamlir og dálka tí ógvuliga illa.

Í norðara parti í Miðevropa er javnan heitt um summarið, men kalt um veturin. Tá er gott at eta heitan, stimburmiklan mat. Matsiðirnir eru nógv ávirkaðir úr grannalondunum, t.d. Týsklandi, Russlandi og Eysturríki, og vanligir rættir eru epli, mjølbollar, súpan og grýturættir. Syðri, í Ungarn t.d., eru matsiðirnir øðrvísi og fremmandir, har eta tey nógv kryddaðar rættir, sum t.d. gullasj, ið er kryddaður grýturættur av neytakjøti.

Fjórðingur av Miðevropa er skógur. Nógvastaðni eru skógirnir fleiri túsund ára gamlir, og tætt við Poznan vaksa fleiri hundrað ára gomul eikitrø. Súra regnið, ið stendst av ringu luftdálkingini, er farið illa við skógunum. Ringast er í Póllandi, har næstan helvtin av trøunum eru skadd.

Bialowiezaskógur í Póllandi, ið er tjóðargarður, er størsta skógarøki í Norðurevropa. Her liva mong villinidýr, t.d. elgur, hjørtur, úlvur og bjørn, og mong friðingarátøk hava verið gjørd til tess at verja dýrini. Her hevur eisini verið roynt at slept upp dýrum, ið leingi ikki hava livað vill. Tjóðargarðurin er einasti staður, har evropeiski bisonurin livir villur.