Landanavn

Lyklatøl
Høvuðsstaður: Edinburg
Vídd: 78.772 km2
Fólkatal: 5.168.500
Almentmál: enskt
Átrúnaður: kristindómur
Stýrðislag: konstitutionelt monarki
Gjaldoyra: bretskt pund - egnar pengaseðlar
Slóðir

Skotland
Til 1603 var Skotland sjálvstøðugt ríki. Tá gjørdist skotski kongurin eisini kongur í Onglandi. Skotland og skotar eru í mongum ólík Onglandi og onglendingum. Skotar hava egna rættarskipan og sjálvstøðuga undirvísingarskipan. Stórir partar av landinum eru høg fjøll og fjarskotnar kluftir og dalar. Flestir skotar búgva nú í ella nærhendis stóru býunum Glasgow og Edinburgh. Í skotska málinum eru nógv orð úr víkingatíð, ið minna um norrønt.