Skip to main content

 

 


Gujana


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Georgetown

Vídd: 214.970 km2

Fólkatal: 744.768

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
kristindómur 57%, hindu 33%, islam 9%, aðrir 1%

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: gujanadollari (GYD)

Gujana

Bara 800.000 fólk búgva í Gujana, tey flestu í høvuðsstaðnum ella tætt við høvuðsstaðin Georgetown á slættlendinum við strondina. Gujana er indiánskt orð og merkir "landið við nógva vatninum", tí at so nógvar áir renna norður ígjøgnum landið út í Atlantshav. Gujana var leingi bretskt hjáland, men gjørdist frælst ríki í 1966. Landið flytur út sukur og aluminiumsmálm; har er nógv náttúrutilfeingi, serliga viður og steinsløg.

Mesta fólkið í Gujana eru eftirkomarar eftir verkafólk og trælir, sum vórðu fluttir til landið at arbeiða í sukurlundunum. Í 17. til 19. øld vórðu mangir trælir úr Afrika førdir hagar. Tá ið trælahald varð avtikið í bretska heimsveldinum í 1833, komu mangir indarar higar at arbeiða í staðin fyri trælirnar. Upprunafólkið í Gujana, karibindiánar, eru um 60.000 tilsamans.

Niðurlendingar vóru fyrstu evropearar í Gujana, og teir búsettu seg við ánna Essekuibo í 1615. Teir gróðursettu sukurrør, kakaotrø og aðrar tropiskar plantur; verkafólkið í lundunum vóru trælir úr Vesturafrika. Bretar tóku ræðið í landinum í 1814 og løgdu seg mest eftir at dyrka sukur. Nú eru sukur, rís, aluminiumsmálmur og gull týdningarmestu útflutningsvørurnar.