Skip to main content

Rím

 

Rím er ljóðligt samsvar millum tvey ella fleiri orð.

Dømi um ymisk rím:

Heilrím (tað at bæði sjálvljóð og eftirfylgjandi hjáljóð bera upp á rím): orð – norð.

Hálvrím (tað at bert sjálvljóð bera upp á rím): tók – bót.

Endarím (endaorðini á reglunum ríma): Sirmar á gøtu – skýmir á fløtu.

Stavrím (tá fleiri orð byrja við sama hjáljóði): Bert er bróðurleyst bak.

Krossrím (onnur hvør regla rímar – abab - eisini nevnt flættirím). Dømi úr yrking eftir Hans A. Djurhuus:

eg elski tíni eygu, tey droymandi bláu,   a

eg elski tínar varrar, teirra fríska reyða lit   b

tær góvu mær so mangan ta fagrastu gávu,   a

ið styrkir og vekur bæði vónir og vit.   B