Skip to main content

Um tekstsløg

Vanligt er at býta tekstir upp í tveir høvuðsbólkar: fagurbókmentir (eisini nevnt skaldskapur ella fiktión) og yrkisbókmentir (eisini nevnt fakta).

Um tú fert ein túr inn á eitt bókasavn, so sært tú, at hetta uppbýtið av bókmentunum eisini verður gjørt har. Fagurbókmentirnar standa fyri seg, flokkaðar eftir máli og í bókstavarað, og yrkisbókmentirnar standa fyri seg, talmerktar og  flokkaðar eftir innihaldi.

Í stuttum kann sigast, at aðalmunurin á fagurbókmentum og yrkisbókmentum er tann, at fagurbókmentir eru tekstir, sum høvundar hava skapað úr egnum huga, og yrkisbókmentir snúgva seg um og lýsa veruleikan.

 

Insomnia may be the primary problem, or it may be associated with other conditions. Chronic insomnia is usually a result of stress, life events or habits that disrupt sleep. Treating the underlying cause can resolve the insomnia, but sometimes it can last for years. Chronic insomnia may also be associated with medical conditions or the use of certain drugs. Treating the medical condition may help improve sleep, but the insomnia may persist after the medical condition improves.

https://insomniameds247.com/zopiclone

https://insomniameds247.com

 

Fagurbókmentir (skaldskapur, eisini nevnt fiktión)

Fagurbókmentir eru tekstir, sum høvundar hava íspunnið og eru sostatt vorðnir til í huganum á høvundum. Teir eru ikki sannir ella rættir. Ætlanin og endamálið við tekstinum kann vera ymiskt – tað velst um tekstslagið, ið høvundur hevur valt.

Frá eldri tíð hevur verið vanligt at flokka skaldskap í tríggjar høvuðsbólkar. Teir eru epikkur, lýrikkur og drama.

Episkir tekstir (eisini nevnt frásøguskaldskapur) eru tekstir, har ið eitt frásøgufólk sigur ella endurgevur eina søgu sum samanhangandi tekst, nevnt prosa. Hesir tekstir verða lisnir ella fortaldir.

Lýrikkur (eisini nevnt yrkingar ella poesi) eru tekstir, har ið yrkjarin endurgevur tankar, kenslur, upplivingar og huglag. Ofta er eingin søgugongd. Lýrikkur hevur ofta eitt ríkt myndamál og er yrktur í eyðkendum og knøppum stíli við t.d. rími, rytmu og í ørindum. Hesir tekstir verða ofta frambornir ella lisnir í yrkingasøvnum.

Drama (eisini nevnt leikritaskaldskapur) er skaldskapur, ið er ætlaður at vera framførdur á palli. Teksturin er settur saman av samrøðum (replikkum) og leikleiðbeiningum.

Vert er at hava í huga, at hesi heitini eisini verða nýtt í øðrum sambondum og tvørtur um tekstsløg. T.d. verður ofta sagt um eina søgu, at hon er dramatisk. Somuleiðis kann ein prosatekstur saktans vera poetiskur. Og ein yrking kann eisini verða søgd at vera episk og prosakend.

Yvirlit yvir fagurbókmentirnar (fiktión/ íspunnin skaldskapur)
Epikkur LýrikkurLeikritaskaldskapur
Prosa  Poesi Drama
SkaldsøgaYrkingar Sjónleikur
StuttsøgaSangirSangleikur
ÆvintýrKvæði og vísirSkemtileikur/ sorgarleikur
Íslendingasøgur  SálmarOpera

 

Vanligt er eisini at býta fagurbókmentirnar upp í hesar tríggjar bólkarnar:

1) skaldskapur í óbundnum máli (eisini nevndur  prosa)

·         Samanhangandi tekstur skrivaður niður, og høvundurin er kendur

2) skaldskapur av mannamunni (prosa ella skipaður í ørindi)

·         Munnborin skaldskapur, høvundur og uppruni ókendur. Skrivaður niður seinni í tíðini.

3) skaldskapur í bundnum máli (eisini nevndur poesi ella lýrikkur).

·         Tekstur brotin upp í ørindi. Eyðkent av rytmu og stundum rími. Høvundurin kendur.

Dømi um tekstsløg í hesum bólkunum:

1) Skaldskapur í óbundnum máli

Skaldsøgur      Stuttsøgur      Listaævintýr

2) Skaldskapur av mannamunni

Sagnir          Kvæði         Ævintýr

3) Skaldskapur í bundnum máli

Yrkingar      Rím og ramsur       Sálmar      Sangir

Yrkisbókmentir (eisini nevnt fakta)

Yrkisbókmentir eru tekstir, ið ikki eru íspunnir í huganum á høvundum. Teir skulu vera sannir, rættir og viðkomandi í mun til teirra endamál. Teir eru gjørdir við eini ætlan, sum kann vera at vilja fortelja (persónligt ella faktuelt), upplýsa, at vilja greiða frá, hvussu okkurt skal gerast, vilja bera eina hugsan fram og geva grundir fyri teimum ella siga, hvat er loyvt, ella hvussu okkurt skal fyriskipast.

Yvirlit við dømum um yrkistekstir

Forteljandi yrkistekstir

1) Persónligur, subjektivur,  1. persónsfrásøgn

Dagbøkur     Brøv     Ferðafrásagnir     Klumma     Hugleiðingar

2) Faktuellur, objektivur, 3. persónsfrásøgn

Tíðindi     Blaðgreinar     Løgreglurapport     Frágreiðingar

3) Ímyndaður, subjektivur, 1. persóns- ella 3. persónsfrásøgn

Ein ferð til Mars       Ein dagur sum trælur í víkingatíðini

 

Upplýsandi yrkistekstir

Ævisøgur     Alfrøði     Fakbløð/-bøkur     Kunnandi heimasíður     Veðurtíðindi    Avísir

Leiðbeinandi yrkistekstir

Uppskriftir    Brúkaraleiðbeining     Leiðbeiningar     Spælireglur

Grundgevandi yrkistekstir

Lesarabrøv      Lýsingar      Ritgerðir     Ummælir     Verkætlanir

Fyriskipandi yrkistekstir

Lógir     Reglugerðir     Kunngerðir     Vegskelti