Stutt um tekstaslagið
Vit gera mun á skaldskapi og yrkistekstum. Skaldskapur er íspunnin, t.e. skapaður í huganum á einum høvundi (t.d. skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar ), men yrkisteksturin viðger verulig viðurskifti við ávísum endamáli.
Talan kann eitt nú vera um blaðgreinar, ferðafrásagnir, lesarabrøv, blogg, dagbók, hugleiðingar, tíðindi, brøv, frágreiðingar, ritgerðir, ummæli, reglugerðir og kunngerðir.
Endamálið við einum yrkisteksti kann t.d. vera at upplýsa, at greiða frá, at vilja bera eina hugsan fram, at leiðbeina, at grundgeva ella at fyriskipa.
© Lydia Didriksen hevur gjørt tilfarið á hesi síðuni.