Um skaldskap av mannamunni
Skaldskapur av mannamunni er tann parturin av okkara skaldskapi, sum í eldri tíð varð fortaldur frá ætt til ætt. Vit plaga at siga, at hesin skaldskapurin livdi á mannamunni, tí hann upprunaliga ikki var skrivaður niður. Hann er eldri enn okkara skriftmál. Hesin skaldskapur verður eisini nevndur munnmentir, meðan skaldskapur, sum er skrivaður í bók, verður nevndur bókmentir.
Skaldskapur av mannamunni kann býtast sundur í óbundnan og bundnan skaldskap. Óbundin skaldskapurav mannamunni fevnir t. d. um sagnir, ævintýr, orðatøk og gátur. Bundin skaldskapurav mannamunni fevnir m. a. um kvæði, vísur, tættir, skjaldur og rímur.
Okkara skaldskap av mannamunni finna vit savnaðan í millum øðrum Færøske Folkesagn og Æventyr, sum varð givið út á fyrsta sinni í árunum 1898 til 1901. Tað var navnframi málgranskarin, okkara fyrsti doktari, Jakob Jakobsen, eisini nevndur Dr. Jakobsen (1864-1918), ið stóð fyri innsavningini og útgávuni av sagnum og ævintýrum.
Hin undangongumaðurin, ið eisini savnaði okkara skaldskap av mannamunni, er V. U. Hammershaimb (1819-1909). Hann gav út Færøsk Anthologi I og II í 1901 væl hjálptur av Jakobi Jakobsen. Undan hesi útgávuni komu Færøiske Kvæder I í 1851 og Færøiske Kvæder II í 1855.
Umframt Jakob Jakobsen og V. U. Hammershaimb hava mong onnur skrivað niður okkara skaldskap av mannamunni. Nevnast kunnu eitt nú J. C. Svabo (1746-1824), J. H. Schrøter (1771-1851), Hans Christian Lyngbye (1782-1837) og Johannes Clemensen (1794-1869).
Óbundin skaldskapur av mannamunni
Sagnir eiga ikki at verða mettar sum reinar søguligar keldur, tí tær eru merktar av teimum, ið hava sagt tær úr minninum ætt eftir ætt. Sagnirnar eru tó søgur um hendingar, ið veruliga hava verið, og tær eru um fólk, ið hava livað. Tvey høvuðseyðkenni eru fyri sagnirnar. Tað fyrra er, at søgnin altíð vil vera sonn. Hon er ein frágreiðing um eitthvørt og ikki ein søga, sum onkur hevur pentað saman, og tískil er altíð ein kjarni av sannleika í eini søgn. Hitt seinna er, at søgnin altíð er bundin at staði, tíð og persónum. Sagnirnar hava havt ein serligan felags stíl, tí tá hevur verið lættari at minnast frásøgnina.
Serlig eyðkenni eru, at tað sjáldan er meira enn ein hending í hvørjari søgn. Tær hava eina byrjan, eitt hæddarpunkt og ein enda. Bara ein søgutráður er í hvørjari søgn, og søgugongdin er einføld. Bara týðandi hendingar verða tiknar við, og tað er bara eitt poeng. Í søgnini eru altíð fáir persónar. Talan kann vera um ein, tveir ella hendingaferð um tríggir persónar. Eingin óviðkomandi persónur er við. Samrøður verða ikki beinleiðis endurgivnar, bara óbeinleiðis. Hóast samrøður ongantíð verða beinleiðis endurgivnar í eini søgn, kunnu partar av einari samrøðu og serliga heppið málbrúk vera tað grundleggjandi í teimum.
Sagnir kunnu býtast upp í fýra ymisk sløg:
1. Persónssøgusagnir: Hesar sagnir eru um kendar persónar og hendingar, sum teimum hava verið fyri. Ein stórur partur av teimum prentaðu føroysku sagnunum eru persónssøgusagnir.
2. Huldusagnir: Hetta eru sagnir um ymsar hendingar og ymisk viðurskifti ímillum tey kristnu og huldufólk – eisini nevnd “tey heidnu” ella “tey fornesku”.
3. Upprunasagnir: Í hesum bólkinum eru sagnir um upprunan til serstøk fyribrigdi, eyðkendar formar í náttúruni og annað við. Tær kunnu eisini greiða frá upprunanum til ávís staðarnøvn.
4. Ferðasagnir: Bólkarnir frammanundan eru skiftir sundur eftir innihaldi. Tann fjórði bólkurin er ferðasagnir, ið eru eyðkendar av, at sagnirnar eru at finna víða um lond og í ymsum frábrigdum. Hetta eru sagnir og sagnarbrot, ið ofta verða løgd afturat og skoytt upp í aðrar sagnir.
Vert er at hava í huga, at ein søgn mangan kann roknast til fleiri bólkar samstundis.
(Kelda: Úr søgn og søgu eftir Eyðun Andreassen, 1986)
Ævintýr
Vit býta vanliga ævintýr upp í tveir høvuðsbólkar: fólkaævintýr og listævintýr. Tað eru bara fólkaævintýrini, ið verða bólkað sum skaldskapur av mannamunni. Listævintýr eru yngri ævintýr eftir kendan høvund. Sum dømi um listævintýr kunnu ævintýrini, ið danin H. C. Andersen skrivaði, nevnast.
Fólkaævintýrini verða bólkað undir óbundnan skaldskap av mannamunni. Eingin veit, hvør upprunaligi høvundurin var, tí tey hava livað ímillum fólk í øldir og hava verið søgd eftir minninum frá ættarliði til ættarlið. Tey vórðu skrivað niður í seinni helvt av 1800-talinum. Á rannsóknarferðum í Føroyum í 1892/ 93 og 1898 savnaði Jakob Jakobsen m.a. ævintýr, sum frásøgufólk á ymsum plássum í landinum fortaldu honum. Tey komu á prent í savninum Færøske Folkesagn og Æventyr I-III, sum hann gav út í árinunum 1898 til 1901. Í 1891 kom Færøsk anthologi I og II eftir V. U. Hammershaimb.
Vanligt er at býta ævintýrini sundur í bólkarnar skemtiævintýr og gandaævintýr. Skemtiævintýrini gera gjøldur burtur úr teimum, ið hava hægri tign og vald í samfelagnum, meðan gandaævintýrini eru eyðkend av yvirnatúrligum hendingum og verum. Søgugongdin er eyðkend av mynstrinum heima – úti – heima. Høvuðspersónurin er ofta ein hetja, sum skal vinna á nøkrum forðingum og klára nakrar royndir, sum t.d. at bjarga eini prinsessu, og sum løn fyri stríðið vinnur hetjan prinsessuna og hálvt kongaríki.
Serlig stíleyðkenni, sum síggjast í ævintýrunum, eru t. d., at tey eru leys av tíð og staði. Tey byrja typiskt við orðunum Einaferð vóru tað… Henda byrjan ger, at tað er ómøguligt at tíðarfesta søgugongdina. Ofta fara hendingarnar fram í einum kongaríki, í eini skóg ella á einum garði, og tað forðar fyri at staðfesta, hvar í verðini persónarnir eru staddir. Persónarnir eru typur. Vit hoyra ofta um eini fátæk hjún, ein kong og eina drotning, ella eina stjúkmammu og so og so nógv systkin. Yvirnatúrligar verur sum risar, trøll, gívrar, heksir, ið duga meiri enn onnur, eru ofta við í hendingunum. Djór og lutir hava eisini óvanligar gávur og duga at tala og løna ella revsa, alt eftir hvussu høvuðspersónurin ber seg at. Tølini hava eisini serliga funktión í ævintýrunum og ganga aftur, t. d. tríggjar ferð, og triðju ferð eydnast royndin, ella tríggir brøður ella tríggjar systrar. Sjey, níggju og tólv eru eisini tøl, ið ganga aftur. Mótsetningar eru altíð ímillum ávísar persónar, men hesir mótsetningar verða altíð loystir at enda, so endin verður góður. Í mongum ævintýrum endar søgugongdin við brúdleypi, og at hjúnini livdu lukkuliga saman restina av ævini. Eins og byrjanin (einaferð var tað…) ofta er hin sama, so er endin hin sami í ymsum avbrigdum. Einki óneyðugt verður nevnt í ævintýrinum. Persónar verða lýstir ígjøgnum hendingar og atburð, og vit fáa nærum ongantíð nakað at vita um teirra tankar. Málið er einfalt og frymlakent, eins og søgubyggingin er tað. Beinleiðis tala er avmarkað, og ofta verður tað sama endurtikið fleiri ferð, t. d. tríggjar ferð.
Vanligt er at brúka aktantfrymilin, tá ið ævintýr verða greinað. Hann sær soleiðis út:
Vit kunnu hugsa okkum, at høvuðspersónurin er ein prinsur, ið hevur sum mál at fáa sær eina konu. Virkisásurin myndar hetta virksemi. Hansara mál er at fáa prinsessuna. Men kanska hevur eitt sjótrøll tikið prinsessuna, so siga vit, at sjótrøllið er mótstøða. Kanska ein fuglur hjálpir prinsinum at finna horvnu prinsessuna, so siga vit, at fuglurin er hjálpari. Stríðsásurin myndar stríðandi partarnar ella mótsetningin teirra millum. Kongur vil løna prinsinum við at geva honum prinsessuna til konu, um hann megnar at fáa hana frá sjótrøllinum. Tá siga vit, at kongurin er gevari, og prinsurin er móttakari, tí han fær prinsessuna. Hetta myndar samskiftisásurin.
Aktantfrymilin vísir sambandið ímillum ymsu partarnar í ævintýrinum. Til ber at kanna sambandið á ymsan hátt við at seta aðrar persónar sum subjekt og so kanna, hvat tað er, sum er teirra mál ella ætlan, og hvør arbeiðir ímóti, og hvør roynir at hjálpa.
Bundin skaldskapur av mannamunni - Kvæði
Okkara eldri kvæði hava livað í minninum á fólki, áðrenn tey vórðu skrivað niður. Kvæðini eru episk og hava aloftast niðurlag. Talan kann vera um tví-reglað ella fer-reglað ørindislag bundin saman av ymiskum rímum. Kvæði finnast eisini í okkara grannalondum, men siðurin at dansa til tey er dottin burtur fyri langari tíð síðan.
Søguliga verða norðurlendsku kvæðini tíðarfest til miðøldina.
Kvæðini verða býtt upp í seks ymsar høvuðsbólkar eftir innihaldinum:
1. Kvæði um pátrúgv, eisini nevnd náttúrukvæði. Eru um álvar, huldufólk og dvørgar. Sum dømi kann Ólavur Riddararós nevnast.
2. Halgikvæði. Hesi hava bíbilsk og halgisøgulig evni og eru um m.a. kend halgimenni úr kristnisøguni og um undur. Sum dømi kann Torkils døtur nevnast.
3. Søgukvæði, eisini nevnd sannsøgukvæði. Hesi eru um søguligar hendingar og persónar. Sum dømi kann Margretu kvæðið nevnast, sum er eitt tað elsta norðurlendska kvæðið. Granskarar meta, at tað er frá um 1300 ella fyrr.
4. Riddarakvæði, har hendingarnar fara fram í riddarligum umhvørvi. Vísurnar sigast at vera realistiskar. Vit hava nógvar danskar vísur í Føroyum frá 1600-talinum, ið umboða henda bólkin. Sum dømi kann Flóvin Bænadiktsson nevnast.
5. Kappakvæði eru um bardagar millum kappar ella millum kappa og risa, og verða tá eisini nevnd trøllakvæði. Hesi kvæði eru ofta ógvuliga long. Sum dømi kunnu Sjúrðarkvæðini nevnast.
6. Skemtikvæði/tættir. Her er talan um sera ymiskar vísur, ið ikki hoyra til nakran av hinum bólkunum. Hesar vísurnar verða bólkaðar eftir typum. Vit hava 11 føroyskar typur. Sum dømi kann Ánaniasar táttur nevnast.
(Kelda: Kirsten Brix)
Elstu kvæðini
Elstu kvæðini verða hildin at vera frá umleið 1300- 1400, og er yrkjarin ókendur. Hesi kvæðini hava kvæðaevni úr Norðanlondum og úr Miðevropu. Tey fara víða um í tíð og eru um søguligar persónar heilt aftur til 5. øld. Dømi um hetta er Artala kongur í Sjúrðarkvæðunum.
Í 16. og 17. øld vóru fleiri danskar vísubøkur kendar í Føroyum. Sum dømi kann Danske viser eftir Peder Syv frá 1695 nevnast.
Elstu táttauppskriftirnar eru frá umleið 1700. Táttaskaldskapurin blómar í 1800-talinum.
Okkara yngru kvæði eru frá umleið ár 1800, og er yrkjarin í flestu førum kendur, hóast ivamál er um yrkjaran í summum førum. Hesi kvæðini hoyra sjálvandi ikki heima í bólkinum, ið er nevndur norðurlendsk miðaldarkvæði omanfyri.
Kendastu nøvnini í hesi tíðini eru Nólsoyar Páll (1766-1809), Jens Chr. Djurhuus, sjóvarbóndin (1773-1853), Jens Hendrik Djurhuus, sonur sjóvarbóndans (1773-1853) og Jákup Nolsøe, bróðir Nólsoyar Páls. Evni í hesum yngru kvæðunum eru úr Føroyingasøgu, Heimskringlu og úr øðrum fornsøgum. Hendingarnar í teimum fara fram í Føroyum og í okkara grannalondum í tíðarbilinum frá umleið ár 100 og frameftir.
Í nýggjari tíð hava eitt nú Jóannes Patursson (1866-1946), Mikkjal á Ryggi (1879-1956) og Poul F. Joensen (1898-1970) og aðrir yrkt kvæði.
(Kelda: Árni Dahl)
© Lydia Didriksen hevur gjørt tilfarið á hesi síðuni.