Jens Hendrik Djurhuus (1799-1892)
Sjóvarbóndin, Jens Chr. Djurhuus, átti ein son, sum æt Jens Hendrik Djurhuus. Hann var føddur í 1799. Hann tók við festinum við Sjógv í Kollafirði eftir faðirin og yrkti eins og hann kvæði burtur úr gomlum søgum. Hann doyði í 1892.
Bókmentaverk:
Jens Hendrik er fyrst og fremst kvæðayrkjari, men hann yrkti eisini nakrar tættir. Her verður sagt frá tveimum av kvæðum hansara: »Gudbrands kvæði«, yrkt burtur úr søgu Olavs Halga, og »Gøtuskeggjar«, yrkt burtur úr Føroyingasøgu:
Gudbrandskvæði:
Vit eru stødd í Gudbrandsdalinum í Noregi, har Gudbrandur er høvdingi — hann er heiðin maður. Ólavur hin Heilagi hevur sett sær fyri at kristna alt Noreg; hann sendir Gudbrandi boð um at lata seg kristna, ella verður bardagi burturúr. Gudbrandur gamli sendir sonin Gudbrand Gudbrandsson á fund Ólavs Halga — har tekur hesin ungi við kristnari trúgv, og tá hann kemur heim aftur, biður hann faðirin gera tað sama. Hetta vil gamli Gudbrandur ikki, ilt verður millum faðir og son, og Gudbrandur gamli letur kongin kalla inn á Dalatingið. Hann ætlar sær at bera standmynd av Tóri gudi á tingið og væntar tá, at kongurin verður við undirlutan.
Men øðrvísi gongur. Kongur lesur upp kristna læru á tinginum, biður menn taka við hesi nýggju trúnni, og tá bílætið av Tóri gudi verður borið inn, smildrar ein av kongsins monnum tað við eini sleggju; rottur og ljótir ormar tysja tá út úr Gudamyndini, og í somu løtu sigur kongur við Gudbrand: »Vilt tú skoða sannan Gud,/ skoða tá hans verkið!/ Hygg tær mót eystri upp,/ har kemur hans tjenari sterki«. Sólin rísur tá í sínum ljóma, og tá hevur kongur vunnið á Gudbrandi, sum at enda sigur: »Kongur, eg skal trúgva tær/ og taka við Gudi eina:/ Doyp tú meg í Harrans navn/ við mínar menn og sveinar!«.
Gøtuskeggjar:
Kvæðið sigur frá biðlaferð Gøtuskeggja suður til Skúvoyar, har Tórður Lági ætlar at biðja um Turið, einkjuna eftir Sigmund.
Hin framfúsi Sjúrður Tollaksson førir orðið, hann hittir Turið og ber fram heilsuna frá Tórði. Turið svarar, at helst vildi hon átt Sjúrð sjálvan til mann; men hetta ger hon av svikum, og tá hann ger seg til at fevna hana, heldur hon í kappan, so hann ongan veg sleppur, og nú leypa synir Turiðar og Sigmundar av húsum við drignum svørði.
Tað eydnast kortini Sjúrði at smoyggja kappan fram av sær, og so heldur hann til beins oman gjøgnum Skúvoyarbø; Hergeir Sig-mundsson er honum tá so nær, at hann kastar spjótið eftir honum, men Sjúrður er kvikur, kastar seg fram eftir rommum, so spjótið flýgur yvir honum, hann rippir tað til sín og sendir tað gjøgnum Hergeir, sum her fær bana.
Nú er Leivur Øssursson, versonur Turiðar, komin Sjúrði so nær, at hann fær høgt hann við svørði í síðuna, áðrenn hesin loypur inn í bátin og setir seg til róðurs.
Í illveðri rógva gøtuskeggjar norður um Trøllhøvda — Sjúrður stýrir við banasári — og teir lenda í Sugguni við Kirkjubø. Sjúrður gongur niðan frá bátinum, og tá hinir koma niðanfrá, finna teir hann standandi deyðan upp móti neystavegginum.
Leivur Øssurson og Sigmundssynir manna bát og koma aftaná Gøtuskeggjum til Kirkjubøar, teir bera eld á garðin; reka harvið Gøtuskeggjar út, og her verða teir dripnir av skúvoyingum.
Kvæðið endar við, at Tróndur í Gøtu gamli doyr av sorg um at hava mist bestu menn sínar.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.