Pól F. Joensen (1898-1970)
Poul F. Joensen - Kappin útlagni - var føddur í Sumba í 1898. Hann hevði lisið til lærara, men var fá ár í starvi. Hann livdi sum traðarmaður og verkamaður.
Pól F. mundi vera fyrsti samfelagsrevsandi yrkjari okkara. Hann átti ein skemtandi og bersøgnan tóna, men í kærleiks-og fosturlandsyrkingum kundi hann eisini vera bæði inniligur og stillførur. Eftir hann liggja mong yrkingasøvn og ein prosabók, Seggjasøgur úr Sumba.
Poul F. Joensen fekk M. A. Jacobsens Heiðursløn í 1963.
Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl
Sumbiarbygd er av ringastu brimplássum; her er eingin lívd fyri atlantshavsalduni, eingin skái á lágætt og vesturætt. Náttúruviðurskiftini kravdu reystleika, treystleika og dirvi av fólki, ið har vaks upp.
Ein av smádreingjunum, sum fyrst í øldini stetlaði í Sumbiar túni var Poul F. Joensen, føddur 1898, og eingin hevur sum hann lýst harðbalnu livikorini á slíkari avbygd:
»Vit vóru manga vandaferð, tá ódn
av fjøllum brann við kavarok og
andróðri, og Røstin rísin rann; tí
ofta løgdu vit í hav tá eingin annar
var, um oyggin øll í skúmi vóð vit
lendu fullvæl har.«
Sum dreingir flest allir tá í tíðini fór Poul F. til skips 14 ára gamal, men foreldur hansara høvdu aðrar ætlanir við honum og fingu hann at fara á Læraraskúla í Havn í 1914; prógv tók hann í 1917.
Fyrstu tvey árini aftan á próvtøkuna var hann heima og tókst við alt fyrifallandi arbeiði. 11919 tók hann við lærarastarvi í Froðba, men hann mistreivst í lærarastarvinum og segði tað frá sær í 1927.
Hann varð búgvandi í Froðba og livdi sum traðarmaður og verkamaður, til hann í 1970 andaðist.
Bókmentaverk:
Skaldastevnu Poul F.'s inna vit í hesi yrkingini, sum stóð í 2. savni hansara »Millum heims og heljar« 1942:
»Meg í vøggu nornur lærdu av
gullhørpuni ein tóna, sum í Hellas
marmorhøllum Aristofanes læt
ljóma. Hina halgu gudagávu,
oyðandi við spott og látur, hyklarí
og rotnar gudar vitbjørt greiðir
gráar gátur.
Mildir andar mær í sinnið løgdu
ævigt sól og summar, meira vert
enn dýrir steinar og tað gull, ið
foldin rúmar, tó ein lazaron eg eri,
aldri hugtungur eg gangi, tí eg eigi
vísdóms bjarta hjartagull í mínum
sangi.
Og tá rukkutan sum kálvsskinn eg ein
Krøsus síggi vingla, mergsogin av
náttarvekri, tí ov lítið pengar yngla, tá,
tó bert mín kropp eg eigi, allar vitrir eru
tómar, háðandi hin mammons trælin,
himmalhátt mín songur ljómar.«
Longu í 1924 var fyrsta savn hansara »Gaman og álvara« komið, á tremur av bersøgnum, spottandi yrkingum, vendum móti snobbum og ikki minst missiónskum prædikumonnum.
Poul F. stígur her fram sum fyrsti samfelagsrevsandi yrkjari okkara, og av eftirtíðini varð hann fyrst og fremst mettur sum skemtarin og spottarin mikli.
Rætt er tað, at hann mangan er skemtingarsamur, bersøgin og spottandi í yrkingum sínum, navnframa yrkingin »Jarðarferðin« er fullgott prógv um hetta; men ikki eigur at verða gloymt, at Poul F. eisini eigur inniligan og stillføran yrkingatóna. Lutvíst kemur hetta fram í fosturlandsyrkingum hansara; men mest kemur tað til sjóndar í yrkingunum, ið ognaðar eru hansara kæru: konuni og børnunum.
Eitt hitt besta dømið um hesa síðuna av skaldskapi hansara er yrkingin »Farvæl á gravarbakka til son mín«, ið stóð í triðja savninum »Lívsins kvæði« 1955.
Hon er yrkt, tá sonur hansara — júst komin til mans — doyði av vanlukku. Fyrsta ørindið ljóðar:
»Tøkk frá tí sælu løtu, tú borin
varð í heim, í mítt og móður
hjarta tú birti fragd og gleim,
vit bygdu dreymaverð um tína
framtíð blíða og sóu dagar líða
við sólskin yvir tær.«
Sum hann eldist, mundi Poul F. meir og meir kenna seg sum »Kappan útlagna«, ið hann sjálvur onkuntíð nevndi seg. Hann sat einsamallur í avkróki, meðan »mentanarpávarnir« í Havn feldu dóm um føroyskan skaldskap. Seinastu yrkingar hansara, ið komu í savnið »Ramar risti hann rúnirnar« eru fyri ein stóran part smásár gleps eftir »mentanarúrmælingunum« og vinstrasinnaðum studentum í Keypmannahavn, ið høvdu havt at honum fyri høgrapolitisku støðutakan hansara.
Eftir Poul F. er eisini ein *prosabók »Seggjasøgur úr Sumba«, 1963.
Hetta eru ikki søgur, men lutvíst frásagnir um brøgd og vandaferðir, knýttar at Sumbiar bygd, lutvíst søguligar metingar av føroyskum sagnatilfari, metingar, sum sýna stóra søguliga áhuga høvundans, og hvussu nógv hann hevur lisið.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
Bókmentatíðarritið "Varðin"
Í Tingakrossi 23/3-1921 finna vit hendan stubban:
»Fyrsta hefti av nýggja tíðarskriftinum, sum felagið »Varðin« gevur út, er nú útkomið. — Tíðarskriftið er ætlað at koma í 8 heftum um árið. Ritstjóri er Richard Long.
Umslagið er skrýtt við eini vakrari mynd: Varðin, ið hevjar seg móti himli, har sólin roðar yvir sund og fjørð og bygdarlag. Ein rungandi kvøða til Føroya málið av J. H. O. Djurhuus er inngangur, Sverri Patursson hevur langa og frálíka forvitnisliga grein — við myndum — um lomvigan. Símun av Skarði skrivar »Úr ymsum ættum« um »Rusland og Lenin«, Richard Long hevur týtt »Kvæðið um falkin« eftir Maxim Gorki, Christian Matras, Poul F. Joensen og M. A. Jacobsen eiga vakrar yrkingar; henda seinasta, »Heimmynd«er skaldsligur dýrgripur.
Allir limir »Varðans« fáa tíðarskriftið fyri einki. Og tað verður óivað vert at eiga.«
Longu í hesum fyrsta Varðaheftinum stíga tveir ungir yrkjarar fram, hin 22 ára gamli Poul F. Joensen úr Sumba og hin 20 ára gamli Chr. Matras av Viðareiði.
Í 3. bindi 1923 finna vit stuttsøgu og yrkingar eftir 24 ára gamla Hans Dalsgaard úr Skálavík.
Stóru prosameninir koma nakað seinni: 37 ára gamli oyndfirðingurin H. M. Ejdesgaard fær fyrstu søgu sína prentaða í 4. bindi 1924, Heðin Brú stígur fram 28 ára gamal í 9. bindi 1929 og Martin Joensen 31 ára gamal í 13. bindi 1933.
Maurentius Viðstein, kemur ikki við í Varðan fyrr enn í 1940, men kortini hevði hann áðrenn hetta gjørt vart við seg, fyrst í »Føroya Sosialdemokrati«, seinni í »Dagblaðnum«.
Samfelagsviðurskifti og "Varðin"
Búskaparliga versna tíðirnar stórliga um allan heim, sum 20-árini líða at enda.
Heimskreppan, ið kemur í hæddina í 1929, hevur við sær arbeiðsloysi og lønarniðurskurð.
Byrjanin av 30-árunum er í mangar mátar tronglig tíð í Føroyum. Heimskreppan veldur mangan húsagangin, inntøkurnar eru sera lágar, prísirnir ikki tilsvarandi, og undan íslandi frættist mangur sorgarleikur, ið tekur einstaka húshaldinum og vinnulívinum dygt.
Hetta eru árini, nýstovnaði javnaðarflokkurin fær undirtøku úti millum fólk, hann fær umboð á ting í 1928 og veksur upp gjøgnum 30-og 40-árini. Føroyskur politikkur fær ein annan høvuðsspurning at dragast við enn toganina millum samband og sjálvstýri.
Uttan úr stóru verð frættist um einræðisharrar, ið koma til valdið, sum dubba seg hernaðarliga og leggja fram krøv um yvirvaldsrætt yvir landaøkjum, ið aðrir eiga.
Á bókmentaøkinum leggja bæði yrkjarar og prosafólk frá landi í bókmentatíðarritinum »Varðanum«, ið fyrstu ferð kemur út í 1921, og uttan iva í tráð við politisku gongdina sær *sosialrealistiskur skaldskapur dagsins ljós seinast í 20-árunum.
Hetta verður stóra skaldsøgutíðin í føroyskum skaldskapi.
Menninir, ið hoyra til hetta tíðarskeiðið, skriva einar tjúgu *skaldsøgur — o.u. ein helmingur upprunaliga skrivaður á føroyskum, ein helmingur á donskum.
Á yrkjaraøkinum fáa vit stóran náttúruskaldskap og á fyrsta sinni í yrkingalíki samfelagsrevsandi skaldskap við hvøssum broddi.
*Stuttsøgan eigur góð kor, meðan *sjónleikurin enn tykist tøva á gomlum gøtum.