Christian Matras (1900-1988)
Christian Matras var føddur á Viðareiði í 1900. Hann fór ungur til Havnar at ganga í realskúla og haðani til Danmarkar í studentaskúla. Í 1928 gjørdist hann magistari í norrønari málfrøði. Seinni gjørdist hann doktari og professari. Hann flutti aftur til Føroya í 1965og var leiðari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Christian Matras var virkin á mongum økjum. Umframt at vera nýskapandi yrkjari og framúr góður týðari, var hann málfrøðingurin, ið legði dygga grund undir føroyskt orðabókaarbeiði. Kristjan á Brekkumørk legði mangar týdningarmiklar vísindaligar útgávur til rættis.
Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl
»Skal eg í fáum orðum siga útlendingum frá teirri náttúru, sum er uttan um lítilheimin hjá fólki her úti í havi, so verða orðini: Hon var tað vandamikla, tað ræðiliga, tað magnmikla — og tað, sum var blíðari og friðsælari enn alt tað, sum hugurin fær loftað«.
Soleiðis greiðir Chr. Matras í greinini »Bygdin« frá heimbygd síni Viðareiði, har hann er borin í heim í 1900.
Chr. Matras gekk í barnaskúla í heimbygd síni, men tað var uttan fyri skúlagátt, at hann kom fram á tann lesnað, ið gjørdi honum størstan mun og bendi hann móti tí máli, hann setti sær, at útbúgva seg til starv føroyskum máli at gagni.
Hesin lesnaður var fyrst »Bíbliusøga« Jógvan Poulsens, ið komin var út føðingarár hansara 1900, harnæst barna- og unglingablaðið »Ungu Føroyar«.
Í 1912 fór Chr. Matras til Havnar at ganga í realskúlan.
Hjá føroyskum bygdardreingi, ið nomið hevði forna mentan og kjarngóðan málburð, var tað stórt umskifti at koma til Havnar, har alt var so danskt. Men viðareiðisdrongurin misti ikki seg sjálvan burtur í hesum meldrinum; hann helt stinnur fram móti tí máli, hann hevði sett sær.
Hann tók realprógv í 1917 og fór sama ár niður á Sørø, har hann tók studentsprógv í 1920. Tað var í hesum árum, at fyrstu yrkingar hansara komu á prenti.
Eftir lokið studentsprógv tók hann upp lestur við Lærda háskúlan í Keypmannahavn — norrønt var høvuðslestrargrein hansara. Eina lestrarhálvu var hann í Oslo, og sjálvur hevur hann sagt, at hetta tíðarskeið víðkaði sjónarring hansara og læt upp eygu hansara fyri norskum bundnum skaldskapi, ikki minst landsmálsyrkjaran Olav Aukrust, sum hann var sera hugtikin av.
Í 1928 tók hann magistaraprógv í norrønari málfrøði.
Í 1933 vardi hann ritgerð sína um staðarnøvn í Norðuroyggjum og vann sær við henni doktaraheiti.
Í 1936 varð hann knýttur at Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, frá 1952 professari við sama skúla.
Frá 1965 settu føroyingar í verk lærdan lestur í føroyskum við Fróðskaparsetur Føroya. Sama árið flutti Chr. Matras heim til Føroya, og hann var leiðari av Føroyamálsdeild Froðskaparsetursins, til hann í 1971 legði frá sær vegna aldur.
Hann er heiðraður av Lærdum háskúlum og øðrum lærdómssetrum víða um lond.
Hann doyði í 1988.
Bókmentaverk:
Bókmentavirkið hjá Chr. Matras fellur í tveir høvuðspartar, ið vit kundu skírt: Málfrøðingurin og yrkjarin.
Chr. Matras valdi sær longu frá byrjan av norrøna málfrøði til lestrargrein, uttan iva tí at hann longu á heilt ungum árum hevði sett sær fyri at rætta móðurmálinum eina hjálpandi hond. Longu í byrjan av lestrartíðini var hann granskingarferð heima í Føroyum, og sama árið, sum hann tekur magistaraprógv — í 1928 — kemur út »Føroysk-Donsk Orðabók«, ið hann hevði greitt til prentingar saman við M. A. Jacobsen. Árini, hann starvaðist við Lærda háskúlan í Keypmannahavn, bygdi hann upp stóra seðlasavnið, ið liggur til grund fyri føroyskum orðabókaarbeiði. Hetta savn varð flutt heim á klettarnar, tá Chr. Matras tók við starvi í Føroyum, og hevur innivist á Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins.
Í Keypmannahavnarárunum legði Chr. Matras til rættis vísindaligar útgávur av fleiri stórverkum Føroyum viðvíkjandi. Vit nevna: »Svabos Færøske Visehaandskrifter I —III« 1939, »Føroya *Kvæði. Corpus Carminum Færoensium I — VI« (1944 — 1972) saman við Napoleon Djurhuus, »J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði« (1951—53) og orðabók Svabos »Dictionarium Færoense« (1966-1970). Harumframt skrivaði hann sjálvur »Bókmentasøgu« 1935 og var uppií, tá føroyskar skúlabøkur komu út í 30-árunum. Hann var ritstjóri Varðans 1931 — 35, ritstjóri á tíðar-ritinum hjá føroyingum í útlegd, »Útiseta«, 1945 — 52. Sum vera man, skrivaði hann í hesum tíðarskeiði og seinni við greinar við bókmentasøguligum innihaldi. Tær vórðu í 1973 savnaðar í bók undir heitinum »Nøkur mentafólk«.
Fyrsta bók, Chr. Matras legði úr hondum, var týðingin »Ferð Gullivers til Pinkulingalands« (1922) eftir J. Swift. Síðan hevur hann — og tá helst hesi seinastu árini — ríkað bókmentir okkara við frálíku týðingum sínum. Vit kunnu nevna yrkingarnar hjá skotanum Robert Burns (1945) og skaldasøgutýðingarnar »Candide« eftir Voltaire (1977). »Pestin« eftir Albert Camus (1978), síðan William Heinesen-týðingarnar »Degningsvindar« (1975), »Himinin brosar« (1976) og Jørgen Fr. Jacobsen-týðingarnar »Barba og Harra Pál« (1972), »Dýrmæta lív« (1976) og «Tíðargreinir« ( 1976).
Sum bæði skald og málfrøðingur evnar Chr. Matras at skapa nýtt skaldaverk, tá hann flytur bók úr útlendskum yvir í føroyskt mál. Her verður tikið fram eitt dømi úr skaldsøguni »Barba og Harra Pál«. Fyrst upprunateksturin, síðan týðingin:
Det var hen ad Middag, da Samuel Mikkelsen med ti Mand lagde fra Land i Sandevaag. Selv sad han agter og styrede, og Præsten sad hos ham. Vinden bar i Kast ud efter Vaagen.Sejlet blev sat, den store Baad pustedes udefter, og alle huse i Sandevaag og Midvaag trak sig hastigt sammen i smaa, uanselige klynger, medens Tinderne foroven begyndte at række deres sorte fingre op over Hamrene, som havde skjult dem. Í Hr. Pouls Hjerte begyndte Knuden saa sagte at løsne sig, han sejlede, han fløj mod sit Maal. Í aften . . . han vidste ikke, om han skulle grue eller juble.
Kort efter var de ved Klovning, et brat Næs, hvis yderste del var kløvet løs fra Land og stod og ludede ud ov-er Havet. De drejede her ud i den aabne Vaagøfjord og roede østpaa langs det høje Land. Vinden kom i ujævne Kast fra oven, Sejlet blev lagt. Vandet var smult og sort, Troldkone-fingeren ragede op som et mørkt Spir Tusinde Fod over deres Hoveder, og bag den var det lodrette Fjeld endnu meget højere.
Tað leið móti hádegi, tá ið Sámal løgmaður sjálvur ellivti legði frá landi í Sandavági. Sjálvur sat hann í rongini og stýrdi, og presturin sat í skutinum hjá honum. Har garðaði úteftir váginum. Teir høvdu seglið á, hesin stóri báturin varð blástur úteftir, og øll húsini í Sandavági og Miðvági runnu knappliga saman í smáar, lítilsverdar bólkar, meðan tindamir í erva fóru at rætta sínar svørtu fingrar upp um hamrarnar, sum høvdu fjalt teir. Í harra Páls hjarta fór knúturin so líðandi at losna, hann sigldi, hann fleyg vegin fram. Í kvøld . . . hann visti ikki, hvørt hann skuldi stúra ella stórgleðast.
Stutt eftir tað komu teir fyri Klovning.
Teir løgdu á Vágafjørð og róðu eystur við bakkanum. Hann blakaði niður úr berginum, teir løgdu seglið. Sjógvurin var slættur og svartur. Trøllkonufingur stóð sum eitt dimt spír upp í loft, og aftan fyri hann var bergið uppaftur hægri.
Fyrstu yrkingasøvnini, Chr. Matras gav út, nevndi hann »Grátt, kátt og hátt« (1926) og »Heimur og heima« (1933).
Í hesum báðum heitum finna vit høvuðsæðrarnar í skaldskapi hansara: Hitt dularfulla, hitt varna kætið, sálmatónan, heimbygdina og alheimin.
»Tað hevur hent meg meir enn eina ferð, at eg, sum livdi meginpartin av ævi míni burturi, fekk av tilvildarhending í huganum náttúruna í heimbygdini borna inn í mín danska gerandisdag. Við hvørt er tað tá ein av teimum ikki so nógvu,
men blíðu og friðsælu løtunum, sum brýtur sær leið inn í sinnið, hugspor, sum eingin skilur, uttan hann hevur í huga, at aftanfyri stendur hin sterki og ræðiligi veruleiki, sum var treytin fyri øllum lívi her: brim og stormur, berg og myrkur. Men sum tær blíðu og friðsælu løturnar vóru sterkar í barndómi mínum, og sum tær eru sterkar enn í dag í sál míni! Eingir turrir tankar, eingin doyvandi ivi fær nakrantíð dripið tær í sinni mínum«.
Soleiðis tekur Chr. Matras sjálvur til í einari av greinum sínum, og hesi orð fingu vit at sanna:
Tá Chr. Matras sum blaðungur yrkjari steig fram á mentanarpallin, kom nýggur tóni inn í føroyska yrking, náttúran fekk mál: fjallið, bergið, kletturin og »hyljastrondin«, og í hesum unga viðoyingi fekk føroyski bókaheimurin fyrsta og uttan iva størsta heimstaðarlýsaran:
VIÐOY
Sigl, oyggj, fram úr mjørka, nú
ert tú eitt skip
og tindarnir siglutrø,
tú stevnir í veldiga heimin út
við høgum og fjallarøð.
Nú brýtur frá stevni við Enniberg,
og við Nánestanga er hvítt.
Enn liggur tú fremst í skipaheri,
har streymurin rennur strítt.
Og líta vit upp at mastrartræ,
har lýsir við tind og røð.
Nú tekur at lætta við helluna
og um brekkur og fjálggrønan bø.
Og fuglaringar um stavn og bógv
teir lívga upp urð og skor.
Og fólk og fæ og spógvamál
er hin dýri farmur um borð.
Umframt at vera evnisendurnýggjari var Chr. Matras eisini endurnýggjari, tá røtt verður um yrkingarhátt og myndamál; málsliga vandnari yrkjari finst neyvan í Føroyum, og man hetta hava samband við lívsstarvið, føroysku málfrøðina.
Aftur at báðum fyrstu søvnunum, ið nevnd eru frammanundan, komu: »Úr leikum og loyndum« (1940), »Yrkingar« (1965), »Á hellu eg stóð« (1972) og »Leikur og loynd« (1975), ið er fullfíggjað útgáva av egnum yrkingum og týddum.
Á ellisárum (í 1978) læt Chr. Matras frá sær merkisvert savn »Úr sjón og úr minni« við 20 sonevndum ørindum, stuttum, beinraknum yrkingum, ið sipa ikki sørt til fornan japanskan skaldskap, tey sonevndu *Haiku-ørindini.
Eitt av hesum ørindum kundi hóskandi endað umrøðuna um eitt av størstu skaldum okkara:
Fundvíst er skald
sum finnur fram á orð
ið eiga aldur
og fagran ungdóm.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.(GG. Seinast dagført í 1983).
Orðasavnið
Føroyska orðasavnið á Fróðskaparsetri Føroya telur um 500.000 seðlar. Av teimum hevur Chr. Matras skrivað um helmingin.
Samfelagsviðurskifti og "Varðin"
Búskaparliga versna tíðirnar stórliga um allan heim, sum 20-árini líða at enda.
Heimskreppan, ið kemur í hæddina í 1929, hevur við sær arbeiðsloysi og lønarniðurskurð.
Byrjanin av 30-árunum er í mangar mátar tronglig tíð í Føroyum. Heimskreppan veldur mangan húsagangin, inntøkurnar eru sera lágar, prísirnir ikki tilsvarandi, og undan íslandi frættist mangur sorgarleikur, ið tekur einstaka húshaldinum og vinnulívinum dygt.
Hetta eru árini, nýstovnaði javnaðarflokkurin fær undirtøku úti millum fólk, hann fær umboð á ting í 1928 og veksur upp gjøgnum 30-og 40-árini. Føroyskur politikkur fær ein annan høvuðsspurning at dragast við enn toganina millum samband og sjálvstýri.
Uttan úr stóru verð frættist um einræðisharrar, ið koma til valdið, sum dubba seg hernaðarliga og leggja fram krøv um yvirvaldsrætt yvir landaøkjum, ið aðrir eiga.
Á bókmentaøkinum leggja bæði yrkjarar og prosafólk frá landi í bókmentatíðarritinum »Varðanum«, ið fyrstu ferð kemur út í 1921, og uttan iva í tráð við politisku gongdina sær *sosialrealistiskur skaldskapur dagsins ljós seinast í 20-árunum.
Hetta verður stóra skaldsøgutíðin í føroyskum skaldskapi.
Menninir, ið hoyra til hetta tíðarskeiðið, skriva einar tjúgu *skaldsøgur — o.u. ein helmingur upprunaliga skrivaður á føroyskum, ein helmingur á donskum.
Á yrkjaraøkinum fáa vit stóran náttúruskaldskap og á fyrsta sinni í yrkingalíki samfelagsrevsandi skaldskap við hvøssum broddi.
*Stuttsøgan eigur góð kor, meðan *sjónleikurin enn tykist tøva á gomlum gøtum.
Bókmentatíðarritið "Varðin"
Í Tingakrossi 23/3-1921 finna vit hendan stubban:
»Fyrsta hefti av nýggja tíðarskriftinum, sum felagið »Varðin« gevur út, er nú útkomið. — Tíðarskriftið er ætlað at koma í 8 heftum um árið. Ritstjóri er Richard Long.
Umslagið er skrýtt við eini vakrari mynd: Varðin, ið hevjar seg móti himli, har sólin roðar yvir sund og fjørð og bygdarlag. Ein rungandi kvøða til Føroya málið av J. H. O. Djurhuus er inngangur, Sverri Patursson hevur langa og frálíka forvitnisliga grein — við myndum — um lomvigan. Símun av Skarði skrivar »Úr ymsum ættum« um »Rusland og Lenin«, Richard Long hevur týtt »Kvæðið um falkin« eftir Maxim Gorki, Christian Matras, Poul F. Joensen og M. A. Jacobsen eiga vakrar yrkingar; henda seinasta, »Heimmynd«er skaldsligur dýrgripur.
Allir limir »Varðans« fáa tíðarskriftið fyri einki. Og tað verður óivað vert at eiga.«
Longu í hesum fyrsta Varðaheftinum stíga tveir ungir yrkjarar fram, hin 22 ára gamli Poul F. Joensen úr Sumba og hin 20 ára gamli Chr. Matras av Viðareiði.
Í 3. bindi 1923 finna vit stuttsøgu og yrkingar eftir 24 ára gamla Hans Dalsgaard úr Skálavík.
Stóru prosameninir koma nakað seinni: 37 ára gamli oyndfirðingurin H. M. Ejdesgaard fær fyrstu søgu sína prentaða í 4. bindi 1924, Heðin Brú stígur fram 28 ára gamal í 9. bindi 1929 og Martin Joensen 31 ára gamal í 13. bindi 1933.
Maurentius Viðstein, kemur ikki við í Varðan fyrr enn í 1940, men kortini hevði hann áðrenn hetta gjørt vart við seg, fyrst í »Føroya Sosialdemokrati«, seinni í »Dagblaðnum«.