Skip to main content

Rikard Long (1889-1977)

Rikard Long  var borin í heim í Tórshavn í 1889. Hann tók preliminerprógv í Havn í 1905, studentsprógv í Keypmannahavn 1907 og las mál á lærda háskúlanum í Keymannahavn. Hann arbeiddi sum lærari á læraraskúlanum og í realskúlanum í Havn, var í eitt áramál løgtings- og landsstýrismaður fyri fólkaflokkin.

Rikard Long var virkin í mongum nevndum og feløgum, t.d. í Løgtingsins Mentunargrunni og í Løgtingsins Skúlabókagrunni, og hann var fyrsti ritstjóri Varðans. Hann hevur lagt ógviliga nógvar bøkur til rættis til útgávu.

Serliga kendur er hann fyri sínar inniligu náttúruyrkingar. Umframt at yrkja týddi hann eisini úr øðrum málum til føroyskt. Hann fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1976.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Rikard Long varð borin í heim í Havn í 1889. Barnaár hansara vóru merkt av vaknandi tjóðskaparrørslu, av tí káta lívi, sum livdist í Havnini um aldaskiftið. Mamma hansara var føroysk, pápin dani av íslendskari ætt, dyggur sjónleikari og tónleikari. Aftan á skúlaárini í Havn helt Rikard í 1905, 16 ára gamal, av landinum til Keypmannahavnar á studentaskúla. Hann tók prógv í 1907, tók filosofikum í 1909 og tók so upp lestur við Lærda háskúlan; fyrst las hann læknafrøði, so mál, men hann tók ongantíð endaligt prógv. Í 1914 leitaði hann heim aftur til Føroya og gjørdist fyrst lærari á Tórshavnar Skiparaskúla, síðan — frá 1921 til hann legði frá sær vegna aldur — lærari við Føroya millum- og realskúla og Læraraskúlan. 
 
Rikard røkti formansstarv í mongum mentanarfeløgum drúgv tíðarskeið. Hann var formaður Studentafelagsins í Keypmannahavn 1916 — 18, formaður í ungmannafelagnum Merkinum 1931—44, í Føroya Ungmannafelag 1932 — 43, í Føroya Lærarafelag 1933 — 42 og í Varðanum 1935-50.

Í 1943 gav hann seg upp í politikk. Hetta árið varð hann av veljarum í Suðurstreymoy valdur á ting fyri Fólkaflokkin, sum hann umboðaði á tingi til 1958. Árini 1950-1954 var hann landsstýrismaður. Rikard Long doyði í 1977.

Bókmentaverk:
Mentanarvirksemi Rikards fellur á trimum økjum, sum kundu verið nevnd bókmentagranskarin og -stuðlarin, yrkjarin og málgranskarin.

Í 1919 varð Rikard Long valdur í nevnd Varðans, og hann var oddamaður í royndini at benda hetta ungmannafelag bókmentaliga vegin. Longu frá byrjan 1921 var hann ritstjóri Varðans, og hetta starv hevur hann røkt nógv tað longsta tíðarskeiðið í søgu tíðarritsins fyrst frá 1921 til 1931, síðan frá 1935 til 1950.

Bæði sum læraraskúlalærari í føroyskum og sum ritstjóri Varðans var Rikard kveikjarin og eggjarin, hann, ið stuðlaði fólki at skriva og yrkja, sum leiðbeinti tey, tá okkurt kom á prent, sum las rættlestur og hjálpti til við útgávustarvi.
Ikki er tað nógv í vavi, sum Rikard yrkti sjálvur, einar 20 yrkingar, tær flestu frá tíðarskeiðnum 1913 — 23. Er rúgvan ikki stór, er dygdin aftur-ímóti høg — vit hóma í yrkingum hansara eitt ómetaliga vandið skald, ið snákar og vælir um, áðrenn hann letur nakað av hondum. Her er eingin hóreiggjan um fosturland og móðurjørð; kortini lýsa tær eyðkenda føroyska  landslagið  við mjørka og vætu betri enn tær flestu yrkingar, ið kendar vóru frammanundan, málið er spakført, men tónareint og inniligt, sum í yrkingini »Høgur himmal og eingi skýggj«:

»Høgur himmal og eingi skýggj, grøsini
veittra føgurnýggj, grøn er líðin og
blonk er vág, fjøllini fána burturblá.

Spurdi eg sólina, hví hon gekk vár og
summar — og svarið fekk: elski eg
mest um heimsins kring blábersbøkkar
og berjalyng!

Skelvur luftin í varma av sól, tekur áin í
bakka skjól, summarvarmi og
sólskinsvág — fagurt bros yvir
eygnabrá.

Legði tú armarnar um mín háls, teskaði
eymliga mær til máls: elska meg,
meðan summarið er; veturin kemur, og
hitin fer.

Grønkast líðir um summardag, spretta
knubbar og nælir fræ; hvítnar vøllur í
gil og lág: summardái og baldursbrá.

                                                                    (1920)

Umframt at yrkja legði Rikard mangt annað bókmentaligt úr hondum.

Hann skrivaði greinar um føroyskar og útlendskar høvundar, týddi ævintýr,   skrivaði  hóp   av  bókaummælum og týddi tveir av sjónleikunum hjá Holberg: »Jeppi á Fjallinum« (1922) og »Hin politiski kannustoypari« (1922).

Á ungum árum sum studentur í Keypmannahavn var Rikard Long í tí liði, sum í málspurninginum gekk málreinsanarleiðina. Teir stóðu við, at mál okkara var av norrønari rót, var næst skylt við íslendskt og norskt, og tí áttu vit at leita til hesi bæði málini at leita eftir fyrimyndum, tá fremmand orð skuldu lúkast úr føroyskum og nýorð setast inn í staðin.

Seinni hálsaði hann um og gjørdist størsti mótstøðumaður málreinsaranna, sum hann skuldsetti fyri at køva natúrligt talumál í royndum teirra at lúka fremmandorð úr málinum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bókmentafelagið "Varðin"

Síðsta nummar av handskrivaða felagsblaði »Havnar ungmannafelags« er dagfest 27. mars 1912, men longu tríggjar vikur aftaná, 18. apríl verður nýtt ungmannafelag stovnsett í høvuðsstaðnum. Tað fær navnið »Varðin« — sama navn fær handskrivaða blað nýggja felagsins.

Endamál felagsins var orðað í fýra greinum:

  1. at fáa Føroya mál til æru, so tað má koma at njóta fullan rætt á tingi, í rætti, í skúla og kirkju og yvirhøvur í øllum almennum viðurskiftum,
  2. at fremja upplýsing á føroyskum botni,
  3. at styðja føroyska mentan,
  4. í samvirkan við øðrum tílíkum
    feløgum í Føroyum at starva fyri
    at vekja hug hjá Føroya ungdómi
    til samhalds og samarbeiði fyri
    fosturland og fólk.

Tað vóru teir báðir Jákup Dahl og Kristin í Geil, ið buðu inn til stovningarfundin.

Í fyrstu felagsnevndini sótu Jákup Dahl, Símun av Skarði og Poul Isaksen, fyrstnevndi sum formaður.

Annars bíta vit merki í, at allir høvuðsstuðlar Havnar ungmannafelags, M. A. Winther, Nyholm Debess og Petur Alberg,  taka lut í fundarhaldi nýggja felagsins og lata tilfar til blaðið.

Av nýggjum nøvnum, sum í samband við hetta felag stíga fram, kunnu vit nevna Rikard Long, M. A. Jacobsen og Louis Zachariassen.

Fyrstu trý árini verður blað felagsins skrivað í einum eintaki við hond. Í 1915 fara tey undir at prenta »Smáskriftir« uppá 32 síður hvørt. Frá 1915 til 1919 verða givin út tilsamans 18 hefti, ið tilsamans fylla um 400 síður.

Frá 1921 gevur felagið út bókmentatíðarritið »Varðan«, sum kemur út enn í dag. T