Skip to main content

Símun av Skarði (1872-1942)

Símun av Skarði varð borin í heim á Skarði 3. mai 1872. Hann tók lut í fyrifallandi arbeiði og búði seg út at taka við tí festi, hann var borin til, men tað sást longu á ungum aldri, at hann hevði góðar bókligar gávur og avbera góðan hug at lesa.

Føroyski fólkaskúlin var ungur í gøtuni, og ma gekst mangan at fáa útbúgvið fólk til lærarastarvið. Í 1892 var Símun lærari við allar tríggjar skúlarnar í Kunoynni, og árið eftir leitaði hann á læraraskúla suðuri í Havn. Hetta var í mangar mátar ein vekingartíð í Føroyum, Føringafelag var stovnsett fýra á frammanundan, og Føringatíðindi komu út regluliga — Símun tók dúgliga lut í felagslívinum, og enda-málum felagsins »at fáa føroyingar sjálvbjargnar og at ganga fram í øllum lutum« tók hann fult og fast undir við. 

Hann tók læraraprógv í 1896, og hendan veturin 1896/97 fór hann á Askov háskúla. Her hitti hann miðvingin Rasmus, sum var 25 ára gamal; sjálvur var Símun 24.

Um sjálva avgerðina at seta á stovn háskúla í Føroyum er henda frásøgn. Hon er tikin úr fimti ára minningarriti Føroya fólkaháskúla, sum kom út í 1949:

»Her komu teir brátt undir ávirkan av teim bestu og kunnskaparmestu monnum, ið hin danski háskúlin átti: Poul laCour, Jacob Appel, Laust Moltesen og Marius Kristensen og síðst og ikki minst fyristøðumanni skúlans, Ludvig Schrøter. Her møttu teir eisini hópi av ungdómi, bæði dreingjum og gentum, sum ætlaðu sær at vera lærarar í háskúlans tænastu; millum teirra er mest vert at nevna tveir norðmenn, Bjarte Rekdal og Odin Benum.

Símun av Skarði og Bjarte Rekdal komu at vera á sama kamari. Teir vóru báðir evnagóðir og lívligir unglingar, so her varð brátt ein vanligur fundarstaður, har Odin Benum og Rasmus Rasmussen vóru dagligir gestir. Her vóru øll umtalsevni havd á lofti og eisini háskúlamálið í Føroyum.

í Samrøðum við Bjarte Rekdal búnaðist hjá Símuni av Skarði hugsanin um at stovnseta fólkaháskúla í Føroyum, og tá hann var vissur um sína egnu støðu, bar hann hetta mál í álvara fram fyri Rasmus Rasmussen, sum tó á ongan hátt var ókunnugur við tílíka hugsan hjá sjálvum sær. Hetta var tó mikið álvarsmál og ein nýggj stevna, tí Rasmus hevði ikki higartil búgvið seg út til lærarastarv sum Símun. Hann svaraði tí aftur, at hetta mátti hann hugsa um og taka støðu til í einrúmi: »í morgin« skuldi hann koma aftur. 

Tá Rasmus kom aftur morgunin eftir, sóu bæði Rekdal og Símun, at hann hevði tikið støðu fyri málinum, áður enn hann talaði. So góvu hesir báðir eldhugaðu menn hvør øðrum hond uppá at fremja málið av øllum alvi, og Bjarte Rekdal legði sína omaná.«

Frá hesum degi lá lívsleið teirra Símunar og Rasmusar saman. Teir vóru hesi árini 1896 — 98 næmingar á Askov háskúla og fóru á sumri 1898 á »Danmarks Lærerhøjskole« í Keypmannahavn at fáa sær hægri útbúgving; Símun hevði søgu sum høvuðsgrein, meðan Rasmus legði seg eftir náttúrufrøði.

Her í Keypmannahavn hittu teir ungar landsmenn, sum eins og teir vóru tjóðskaparhugaðir, menn sum Jákup Jakobsen doktara og Jákup Dahl og A. C. Evensen — og felagslívið blómaði og mundi ikki kasta lítið av sær bókmentum viðvíkjandi.

Fyri ólavsøku 1899 komu Rasmus og Símun heim til Føroya við »Smirli«, og beinanvegin fóru teir undir at fyrireika fyrsta háskúlaskeiðið, sum byrjaði fyrst í november við 16 næmingum í einum húsum á Stongunum í Klaksvík. Eitt ár seinni — í november 1900 — stóðu húsini í Føgrulíð klár at flyta inn í; her á hesum náttúrvakra staði hildu teir so skúla til 1909, tá skúlahúsini vórðu tikin niður, flutt til Havnar og sett upp aftur úti á Frælsinum.

Bæði Símun og Rasmus tóku við fullum huga undir við stevnu »Føringafelags«, og tí kann tað valla undra nakran, at teir komu at taka lut í politikki í sjálvstýrisbólkinum, tá vit fingu politiskt floksbýti á tingi í 1906. Símun sat á tingi umboðandi sjálvstýrisflokkin árini frá 1906 til 1913, og Rasmus var tingmaður — somuleiðis umboðandi sjálvstýrisflokkin - frá 1914 til 1927. Eisini í aðrar mátar tóku hesir báðir lut í samfelagsstarvi. Símun var limur í stjórn Føroya Lærarafelags, og Rasmus var við til at íbirta Føroya Fiskimannafelag, har hann var skrivari frá 1911 til 1947.

Tað er einki dulsmál, at luttøka teirra í politikki fíggjarliga kom skúlanum aftur um brekku. Tað var løgtingið, sum veita skuldi skúlanum stuðul ella viðmæla stuðli, sum møguliga kundi fáast frá statinum, og tað er søgulig sannroynd, at sambandsmenn á tingi royndu, alt teir vóru mentir, at nokta skúlanum studningin; men so góða støðu hevði skúlin tó vunnið sær millum manna, at hetta aldri eydnaðist — men avbera smátt høvdu tey tað mangan fíggjarliga.
Símun andaðist 1942 og Rasmus 1962.

Bókmentaverk:
Meðan Rasmus at kalla einki ger við at skapa í bundnum máli, er Símun av Skarði kanska kendari sum yrkjari enn sum prosaskald. Vit kundu kanska hóskandi býtt bókmentavirki Símunar upp í tveir bólkar: Týðingar fyri seg, og blaðmannaarbeiði og útgávuarbeiði fyri seg.

Týðingar hansara eru: »Víggja Glúms søga« (1920), ævintýrið Snjóhvíta« (1925), skaldsøgan »Strondin bláa« (1937) eftir íslendska høvundin Kristmann Guðmundsson og sjónleikurin »Víkingarnir á Hálogalandi« eftir norðmannin Henrik Ibsen.

Í hinum bólkinum nevna vit útgávuna av jóla- og nýggjársbók 1903-06, jónleikin »Vár« (1904), barna- og unglingablaðið »Ungu Føroyar« 1907 — 15, útgávuna av bókini »Jólasálmar og morgun- og kvøldsálmar« 1913 — saman við Jákup Dahl, og at enda blaðstjórastarv á avhaldsblaðnum »Dúgvuni« 1927-28.

Í januar mánaði 1907 kom barna-og unglingablaðið »Ungu Føroyar« út á fyrsta sinni. Utgevarar og blaðstýrarar eru vinmenninir Símun av Skarði og Símun P. úr Konoy.

Á skúlaøkinum var støðan tann, at føroyskt var ikki lærugrein. Vit hava fyrr víst á, at háskúlamenninir politiskt arbeiddu dúgliga at vinna málinum sjálvsagdan rætt — teir mundu fílast á, at ov seint gekk á rætta leið, og stigið til at geva út »Ungu Føroyar« mundi verða tikið við teirri hugsjón sum grundvølli, at skuldi móðurmálið vinna frama og koma til almenna nýtslu, so ráddi um at fáa fatur á børnunum og ungdóminum.

Blaðið kom so út fyrst hesi trý árini 1907, 1908, og 1909 eina ferð um mánaðin — Símun av Skarði var bæði tey seinastu árini einsamallur um ábyrgdina, men ymsir trupulleikar gjørdu, at steðgur kom í. Hesin steðgur vardi í fýra ár. Fjórði og fimti árgangur komu í 1914 og 1915, og so steðgaði blaðið við alla.

Tað er einki at ivast í, at fleiri, fleiri børn og ungfólk lærdu at lesa føroyskt við »Ungu Føroyum« framman fyri sær, og her vóru tey í tryggum og góðum hondum.

»Vár« — sjónleikur í fimm pørtum — kom út á fyrsta sinni í 1904. Sjálvur hevur høvundurin sagt, at tá ið hann skrivaði leikin, var tað mest til at lesa upp fyri næmingunum, tí tá var lítið til av føroyskum lesnaði.
Leikurin er ein bjartskygd, romantisk lýsing av føroyskum bygdalívi seinast í farnu øld.

Blaða vit gjøgnum Songbók Føroya Fólks finna vit 17 sangir við navni Símunar undir; tólv teirra hevur hann yrkt sjálvur, fimm hevur hann týtt. Tilsvarandi tølini í Sálmabók Føroya fólks er 25 sálmar tilsamans, sjey upprunayrktir og átjan týddir.

Av sálmunum nevna vit kenda jólasálmin »Nú ringja kirkjuklokkur so hátt« og hvítusunnusálmin »Hvítusunnudag tað var, Andin Halgi á foldum gisti«.

Í Føroya fólks finna vit minniskvæði um t.d. Magnus Heinason: »Og tað var Magnus Heinason, eitt reystmenni hann var« og um Absalon á Trøllanesi: »Gongur so í hesum heimi« við niðurlagnum »Skyggir nú sólin í líðir. / Gævi Gud, at komandi tíðir / ala baldar unglingar,/ gerast tá føroyingar fríir«. Hesir sangirnir eru báðir yrktir til kvæðalag. Vit finna eisini yrkingar um arbeiðslívið, t.d. »Komið børn og berið hoyggj« og »Og hygg nú í garðin,/ har eru tey farin/ at gera des«. Men flestu sangirnir eru um fosturland og móðurmál t.d. »Undir tungum trælaoki«, »Navnið eitt av øllum ber«, »Vit føroyingar fingu frá fornari tíð« og ikki at gloyma »Tú alfagra land mítt,/ mín dýrasta ogn!/ á vetri so randhvítt,/ á sumri við logn,/ tú tekur meg at tær/ so tætt í tín favn./ Tit oyggjar so mætar,/ Gud signi tað navn,/ sum menn tykkum góvu,/ tá teir tykkum sóu./ Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!« sangurin, ið føroyingar tóku til sín sum tjóðsang  tíðliga  í hesi øldini«.

Hóast háskúlamenninir, Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði, hava lagt ein hóp av skrivligum verkum eftir seg, upplýsandi greinum, eggjandi yrkingum og hugtak-andi lýsingum av landi, fólki og máli, so fari eg at halda, at hetta — tað skrivliga — ikki er høvuðsverk teirra í føroyskum andslívi. Heldur er høvuðsverk teirra — væl í tráð við meginregluna í háskúlahugsjónini — hitt livandi orðið: Røður, hildnar á fólkafundum, frásøgan í skúlatímanum og gerandisprátið við næmingarnar, sum leitaðu á háskúlaskeið. 

Nógv, nógv ungfólk vórðu andaliga vakt á Føroya fólkaháskúla, nógv av teimum, sum settu sær spor seinni í føroyskum mentanarlívi; vit nevna Hans M. Ejdesgaard, Hans A. Djurhuus, Heðin Brú, Martin Joensen og Hans Dalsgaard.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Háskúlamenninir

Eitt av málunum, »Føringafelag« í Føroyum longu á stovningarfundinum setti sær fyri at fremja, var at fáa settan á stovn føroyskan fólkaháskúla.

Háskúlahugsanin var kyknað í Danmark fyrr í farnu øld, hon var í síni grund ein uppreistur móti steindeyða latínskúlanum. Har lærdi skúlin setti turra uttanatslæru og uppramsan, setti háskúlin hitt livandi orðið, samrøðuna og orðaskiftið. Har ið lærdi skúlin setti latínið og grikska og rómverska søgu, setti háskúlin móðurmálið og móðurlandssøgu. 

Ikki var tað løgið, at frælslyntir føroyingar í sjúti- og áttatiárunum leitaðu sær av landi á háskúlar, og ikki var tað løgið, at her bar saman millum háskúlafólk og Føringafelagsfólk.

Teir, sum í Føroyum komu at seta háskúlahugsjónina í verk, vóru Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði.

Hví gjørdust hesir menn høvundar?

Kanska var ikki burturvið at byrja við spurninginum: Hví gjørdust hesir menn høvundar?
 
Flest øll mundu svara beinanvegin, at gávurnar mundu teir eiga, og hendan kveikjandi tjóðskapartíðin, har nærum hvør maður var yrkjari, gjørdi rest. Hetta svar er ivaleyst á beinari leið, men ein onnur orsøk eigur at verða drigin fram:

Háskúlin var fyrsti skúli, sum hevði føroyskt á tímaskránni, bæði munnligt og skrivligt, háskúlamenninir arbeiddu politiskt ídnir fyri at fáa føroyskum máli sømdir í fólkaskúlanum — sjálv lærugreinin føroyskt var eitt, annað var tað, at teir stríddust fyri, at føroysk børn skuldu læra eitt nú søgu, náttúrufrøði, landafrøði o.s.fr. á móðurmálinum. Teir sóu, at hin størsta praktiska forðingin var, at skúlabøkur og annað undirvísingartilfar ikki var til taks á føroyskum. Og niðurstøða teirra mundi vera: Hvør skal fáa okkum til vega undirvísingartilfar á føroyskum, um vit — føroyskir kennarar — ikki evna tað til sjálvir?
Hetta seinasta mugu vit hava í huga, tá vit skulu døma um bókmentavirki háskúlamanna.