Skip to main content

Hans Marius Ejdesgaard (1887-1966)

Hann varð borin í heim í Oyndarfirði í 1887 og vaks upp »í skúlanum« har — pápi hansara var lærari.

Fjúrtan ára gamal fór hann til Havnar at ganga í realskúla, og aftan á lokna skúlagongd leitaði hann á háskúlaskeið í Føgrulíð veturin 1903 — 04. Her treivst hann so væl, at hann varð verandi á háskúlanum veturin 1904 — 05 eisini.

Hans Marius hevði hug at ganga í fótaspor faðirsins, tá hann valdi sær lívsstarv. Aftan á at hava roynt lærarastarvið sum vikarur eitt skifti, fór hann á læraraskúla í Havn og tók prógv har í 1908.

Ikki var lætt tá á døgum at koma beinleiðis í fast starv — størvini vóru ikki so mong, men hugurin mundi eisini standa til at royna okkurt annað. Tað gingu 11 ár, frá tí at hann hevði lokið læraraprógv, til Hans Marius kom í fast starv, og hann valdi sær heimbygdina og barndómsheimið »í skúlanum«. Um sama mundi fara søgur og frásagnir hansara at koma á prent, tær fyrstu í Varðanum 1924.

Lærarastarvið í heimbygdini røkti hann, til hann í 1952 legði frá sær; hann hevði umframt mong onnur álitisstørv í bygdini.

Í 1952 flutti hann til Havnar og fór alt fyri eitt at greiða til prentingar tað nógva av skaldskapinum, hann upp gjøgnum árini hevði skapað.
Hann doyði í 1966.
 
Bókmentaverk:
Eftir Hans M. Ejdesgaard liggja fleiri stórverk: ein *skaldsøga og ein skaldsøguskitsa, nógvar stuttsøgur og ein sjónleikur.

Brot úr skaldsøguni, tað er »Hitt ævinliga gonguverkið«, vóru prentað í Varðanum 1926, 1927 og 1928, men ikki fyrr enn í 1952 kom søgan út í síni heild.

Hetta er ein lýsing av føroyska bóndasamfelagnum, sum høvundurin sjálvur minnist tað. Hann greiðir greidliga frá arbeiðsháttum tær ymsu ársins tíðirnar, bæði á sjógvi og landi, bæði inni og úti — skeivt er tað ikki, tá ofta verður sagt, at tað reint siðsøguliga tilfarið er tað merkisverdasta í hesi skaldsøgu. Ikki tí, søgugongdin er eisini merkisverd:

Blaðungur gerst hin gávuríki Birgir á Hamri faðir- og móður-loysingur; hann noyðist at gevast við skúlagongdini í Havn og flytur aftur til heimbygdina Eysturbygd, har hann legst inni og nýtir tíð sína við at grunda út heimskendu gátuna »perpetuum mobile«, hitt ævinliga gonguverkið.

Í Vesturbygd býr megnarkvinnan Elspa í Miklagarði, ið tíðliga er vorðin einkja og nú stýrir garðinum einsamøll og elur upp dóttur sína, Katrin, so hon skal gerast dugandi kvinna. Elspa hevur á ungum árum framt misgerð móti móður Birgir, og  til at bøta um samvitsku sína setur hon sær fyri at fáa mann og hampafólk burtur úr Birgiri — ongantíð betur um hann gerst dótturmaður hennara.
Ætlan hennara eydnast.

Birgir kemur í Miklagarð at verða, tað rennur saman millum hann og Katrin, og tey verða trúlovað, men hugtungur er Birgir, og í grundan síni um ævinliga gonguverkið leitar hann longri og longri inn í sinnissjúkuna — og haðani vendist ikki aftur.

Av sonnum fyri sína tíð ein merkisverd søgugongd, men ikki er »Hitt ævinliga gonguverkið« nøkur heilskapað skaldsøga, tí til tess eru *persónlýsingarnar ov grunnar og frásøgan ov sundurpettað.

Í 1962 kom út bókin »Ein stjørna er tendrað«. Umframt tvær *stuttsøgur finna vit í henni skaldsøguskitsuna, ið givið hevur bókini navn.

Í hesi skaldsøguroynd ger høvundurin meira burtur úr einum tátti, ið altíð hevur verið við í søguskriving hansara, pátrúnni og hinum yvirnáttúrliga. Fólk hava her eginleikan »at síggja« og í samband við deyðan verða gátuførar hendingar lýstar.

Yvirhøvur er hendan royndin leysari í bygging enn fyrra skaldsøguroyndin, men í grundtanka er hendan ljós, har hin er døpur. Meðan Birgir á Hamri søkkur niður í sálarsjúku, og valahúsið Miklagarður við sambandinum Birgir — Katrin gongur til grundar,  sprettur kæti og lív, har Rói, ein av *høvuðspersónunum í »Ein stjørna er tendrað«, setir sín fót.

Innihaldið í føroyskari *sjónleikaskriving var alt frá byrjan og langt upp í 1900-talið afturlítandi; flestu sjónleikirnir hjá Rasmusi Effersøe, Hans Andriasi Djurhuus og øðrum samtíðarmonnum vóru bygdir á søguliga grund, ofta føroyska miðøld.

Ein hin fyrsti høvundur, sum í sjónleikasniði viðger samtíð sína, er H. M. Ejdesgaard, tá hann í 1937 letur úr hondum sjónleikin »Ein myrking«. Hetta er leikur í trimum pørtum.

Sigvaldur á Kongsmørk, bóndi og reiðari, verður ein dagin stangaður av eini kúgv, og í sinni ger hann til einkis trúlovingarnar hjá øllum trimum børnum sínum.

Men tá  »myrkingin«  sýgur  oman yvir bygdina: Skip haðani av plássinum, sum sonur hansara førir, saknast burtur,  blotnar hann,  og í triðja parti lýsir í aftur: Skipið, ið øll hildu vera burturgingið, kemur aftur í aftur, Sigvaldur loyvir børnum sínum at ganga hjartaleiðina, og stór trúlovingarveitsla verður hildin á Kongsmørk.

Listarliga byggingin í hesum leiki er dekan og góðvarin. Tað er lítið trúligt, at maður, av tí at hann verður stangaður av eini kúgv, skal leggja seg so ógvisliga út í lívsførslu og støðutakan hjá børnum sínum, men leikurin hugtók kortini fólk, tí umhvørvið var heimligt, og høvundurin megnaði at skapa orðaleik leikaranna millum á kjarngóðum máli.

Tað man vera lítið at ivast í, at tað er í stuttsøgunum, at H. M. Ejdesgaard røkkur hægst sum høvundur.

Í søgunum viðger hann føroyskt bygdarlív og spennir í tíð frá einahandilsavtøkuni í 1856 upp til samtíð sína, sum hon er, tá søgurnar verða skrivaðar. Ein kærleikssøga er at kalla altíð flættað inn í hendingarnar, pátrúgv ræður, og eins og í skaldsøgunum eigur siðsøguliga tilfarið stóran lut. Flestu stuttsøgurnar eru at finna í savninum »Lívsins rættur« 1953.

Bókmentatíðarritið "Varðin"

Í Tingakrossi 23/3-1921  finna vit hendan stubban:
»Fyrsta hefti av nýggja tíðarskriftinum, sum felagið »Varðin« gevur út, er nú útkomið.  —  Tíðarskriftið er ætlað at koma í 8 heftum um árið. Ritstjóri er Richard Long.

Umslagið er skrýtt við eini vakrari mynd: Varðin, ið hevjar seg móti himli, har sólin roðar yvir sund og fjørð og bygdarlag. Ein rungandi kvøða til Føroya málið av J. H. O. Djurhuus er inngangur, Sverri Patursson hevur langa og frálíka forvitnisliga grein — við myndum — um lomvigan. Símun av Skarði skrivar »Úr ymsum ættum« um »Rusland og Lenin«, Richard Long hevur týtt »Kvæðið um falkin« eftir Maxim Gorki, Christian Matras, Poul F. Joensen og M. A. Jacobsen eiga vakrar yrkingar; henda seinasta, »Heimmynd«er skaldsligur dýrgripur.
Allir limir »Varðans« fáa tíðarskriftið fyri einki. Og tað verður óivað vert at eiga.«

Longu í hesum fyrsta Varðaheftinum stíga tveir ungir yrkjarar fram, hin 22 ára gamli Poul F. Joensen úr Sumba og hin 20 ára gamli Chr. Matras av Viðareiði.
Í 3. bindi 1923 finna vit stuttsøgu og yrkingar eftir 24 ára gamla Hans Dalsgaard úr Skálavík.

Stóru prosameninir koma nakað seinni: 37 ára gamli oyndfirðingurin H. M. Ejdesgaard fær fyrstu søgu sína prentaða í 4. bindi 1924, Heðin Brú stígur fram 28 ára gamal í 9. bindi 1929 og Martin Joensen 31 ára gamal í 13. bindi 1933.

Maurentius Viðstein, kemur ikki við í Varðan fyrr enn í 1940, men kortini hevði hann áðrenn hetta gjørt vart við seg, fyrst í »Føroya Sosialdemokrati«, seinni í »Dagblaðnum«.

Samfelagsviðurskifti og "Varðin"

Búskaparliga versna tíðirnar stórliga um allan heim, sum 20-árini líða at enda.

Heimskreppan, ið kemur í hæddina í 1929, hevur við sær arbeiðsloysi og lønarniðurskurð.

Byrjanin av 30-árunum er í mangar mátar tronglig tíð í Føroyum. Heimskreppan veldur mangan húsagangin, inntøkurnar eru sera lágar, prísirnir ikki tilsvarandi, og undan íslandi frættist mangur sorgarleikur, ið tekur einstaka húshaldinum og vinnulívinum dygt.

Hetta eru árini, nýstovnaði javnaðarflokkurin fær undirtøku úti millum fólk, hann fær umboð á ting í 1928 og veksur upp gjøgnum 30-og 40-árini. Føroyskur politikkur fær ein annan høvuðsspurning at dragast við enn toganina millum samband og sjálvstýri.

Uttan úr stóru verð frættist um einræðisharrar, ið koma til valdið, sum dubba seg hernaðarliga og leggja fram krøv um yvirvaldsrætt yvir landaøkjum, ið aðrir eiga.
Á bókmentaøkinum leggja bæði yrkjarar og prosafólk frá landi í bókmentatíðarritinum »Varðanum«, ið fyrstu ferð kemur út í 1921, og uttan iva í tráð við politisku gongdina sær *sosialrealistiskur skaldskapur dagsins ljós seinast í 20-árunum.

Hetta verður stóra skaldsøgutíðin í føroyskum skaldskapi.
Menninir, ið hoyra til hetta tíðarskeiðið, skriva einar tjúgu *skaldsøgur — o.u. ein helmingur upprunaliga skrivaður á føroyskum, ein helmingur á donskum.

Á yrkjaraøkinum fáa vit stóran náttúruskaldskap og á fyrsta sinni í yrkingalíki samfelagsrevsandi skaldskap við hvøssum broddi.

*Stuttsøgan eigur góð kor, meðan *sjónleikurin enn tykist tøva á gomlum gøtum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.