Heðin Brú (1901-1987)
Úr Les:
Heðin Brú var borin í heim í Skálavík. Hann gekk á Føroya Fólkaháskúla veturin 1919-1920 og fór síðani til Danmarkar á landbúnaðarskúla. Takk tók prógv sum búnaðarfrøðingur í 1928. Eftir at hann flutti aftur til Føroya, arbeiddi hann innan landbúnað og varð settur sum búnaðarráðgevi í 1942.
Heðin Brú var dulnevnið, ið Hans Jacob Jacobsen nýtti, tá ið hann skrivaði. Hann verður mettur sum ein av okkara mætastu prosaskaldum. Heðin Brú skrivaði serliga skaldsøgur og stuttsøgur. Fyrsta skaldsøgan „Lognbrá“ kom út í 1930. Harumframt týddi hann eisini ein hóp av bókmentum til føroyskt.
Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl:
Í 9. bindi av »Varðanum«, hefti 1—2, stóð prosastubbi, ið bar heitið »Høgni hin gamli«. Fólk bitu merki í hendan stubban, málið var rótføroyskt bygdarmál og við kærleika var hesin 79 ára gamli seyðamaðurin í Flatnahaga lýstur.
Fólk vóru forvitin at frætta, hvat kristið navn fjaldi seg aftan fyri *dulnevnið »Heðin illi«.
Brátt spurdist, at søguskrivarin var ungi skálvíkingurin Hans Jacob Jacobsen, sum seinni undir dulnevninum Heðin Brú kom at gerast stórvirknasta prosaskald í síni samtíð.
Lívssøga:
Hann er borin í heim í Skálavík í 1901. Í hesi fyrndar bóndabygd vaks hann upp og seyg í seg gamla mentan, gjørdist kunnur við dagliga gerandisstrevið og sat hugtikin undir hvørjum orði, tá skilafólk greiddi frá søgu og søgn. Skúli var í bygdini, men minni mundi tað muna, tað ið lært var har, enn tað ið lært varð av sjálvari bygdasamveruni, dagliga arbeiðnum og skilaprátinum. Hann var sjúkligur og visaligur sum óviti, men kortini so frægur, at hann, tá hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, fór til skips.
Men hugurin stóð ikki til sjólívið, heldur til at læra okkurt. Hann leitaði fyrst veturin 1919/20 á Føroya fólkaháskúla; fekk væl burtur úr lærdómsliga og fekk lisið ein hóp og leitaði haðani 20 ára gamal á landbúnaðarskúla í Danmark. Aftaná arbeiddi hann á ymsum gørðum í Danmark og fór í 1925 á Landbohøjskolen í Keypmannahavn, haðan hann í 1928 tók prógv sum búnaðarfrøðingur. Heilt frá ungum av hevði hann roynt at seta saman bæði í yrkinga- og søgusniði; men tað var í Keypmannahavnartíðini, at fyrsta skaldsøgan varð til.
Heimafturkomin kom hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, frá 1942 sum landbúnaðarráðgevi. — Í frítíðum og fríløtum skrivaði hann.
Lívsstarvið kom at hava avberan týdning fyri ítrivið, skrivingina. Í embætisørindum kom hann at vitja allar bygdir landsins; hann skifti tá orð við mong fróðarfólk, sat undir øllum frásøgnum og gáaði væl eftir, hvussu tey málbóru seg.
Tá Heðin Brú vegna aldur legði starvið frá sær, helt hann fram við skapandi skaldsøgu- og stuttsøguskriving og fekk nú eisini stundir til at týða ein hóp og at skriva endurminningar.
Bókmentaverk:
Fyrsta stóra skaldaverkið hjá Heðin Brú er dupultskaldsøgan »Lognbrá« 1930 og »Fastatøkur« 1935.
Í teirri fyrru fylgja vit droymaranum Høgna frá smádreingi, til hann mannkomin fer til skips. Høgni er yngsti sonur í stórbóndahúsunum í Túni; hóast Túnshúsið er valahús og foreldur Høgna, Guðrun og Sakir, dugnalig bóndafólk, so roynist barndómurin Høgna alt annað enn lystiligur. Einki samljóð er foreldranna millum, og í hesum sálarliga ótrygga heimi, fyltur av happing og høggum, mistrívist smádrongurin og byggir sær upp egnu dreymaverð sína saman við teirri fremmandu gentuni, ið hyggur upp á hann »við sínum stóru bláu eygum og sínum fagra gula hári«.
Í »Fastatøkum« hoyra vit meir um skipslívið, nú Høgni hevur slitið seg leysan frá heiminum í Hórisvík og er farin til skips við »Rúðuni«. Her verður sjólívið lýst í góðum og ringum løtum, í ódn og í logn, á fiskileið, á heimferð og heima millum túrar.
Hetta lívið mennir hin unga, og Høgni, sum í fyrru bókini skúgvar dreymin um gentu og heim frá sær við orðunum: »Tað var bert vøkur lognbrá«, fær í seinnu bókini fastatøkur á lívinum og kemur heimaftur til dreymagentuna og faðirs garð.
Brot úr bókini »Feðgar á ferð« vórðu prentað í Varðanum 1936, 1937 og 1938, og í 1940 kom hon út í síni heild.
Bókin snýr seg um føroyska samfelagið í broyting frá bóndasam-felagi til fiskivinnusamfelag. Eldra ættarliðið, umboðað av Ketli og Ketilskonu, setur æru í at vera sjálvbjargið, tey ræðast rentur og skuld og skilja ikki yngra ættarliðið, umboðað av eldru sonum teirra, tá teir siga: »Tað veit eg ikki, um tit eru býtt ella ikki býtt, men tit eru gomul. Tað er hent so nógv, síðan tit vóru ung, at tit kenna tykkum ikki aftur, so ganga tit illfýsin og spáa neyð og undirgongu. Haldið uppat við tí, einki er farið av lagi, tað eru bara kyrrindir, tykkara sjóvarfall er runnið, nú kemur okkara«.
Við yngsta soninum, hinum heimfødda Kálvi, kemur skemtið inn í skaldsøguna, og hetta saman við hugtakandi lýsingini serliga av Ketli, gamla, ger hana til eina hina best umtóktu av skaldsøgum okkara. Hon er týdd til hesi mál: Íslendskt, danskt, svenskt, norskt, grønlendskt, enskt, týskt og pólskt.
Fjórða skaldsøgan hjá Heðini Brú, »Leikum fagurt«, er ein sonevnd lyklaskaldsøga, t.e. søga bygd á veruligar hendingar og við persónum, sum í veruleikanum stóðu mitt í hendingunum, ið greitt verður frá.
Bókin kom út í 1963, men grundina undir søgugongdini finna vit í føroyskum politiskum lívi frá miðskeiðis í 1930-árunum og úteftir. Hetta er tíðin, tá jarðarspurningurin spælir stóran leiklut í føroyskum politikki, tá sjálvstýrisflokkurin fer í tvíningar og Vinnuflokkurin verður stovnaður. Samfelagið er á gosi: Mótmælisgongur, fólkafundir, blaðkjak, átrúnaðarlig øsing og val.
Umframt hesar ytru umstøður greiðir skaldsøgan frá ástarsøguni millum læraraskúlanæmingin Tor-mann og tilkomnu seymikonuna Elsbu.
Ymist er, hvussu hendan skaldsøgan er vorðin mett. Tað tykist hava ávirkað hana, at høvundurin sjálvur hevði tikið støðu politiskt og at hann sjálvur var við í hendingunum. Tað er eisini sannroynd, at Heðin Brú er á tryggari grund í bygdalýsingum enn í býarlýsingum sínum — og »Leikum fagurt« gjørdist sum skaldsøga einasta býarlýsing hansara. Tær báðar seinastu skaldsøgurnar hjá Heðini Brú eru í bygging ógvuliga líkar. Siðsøguliga, samfelagsliga og menniskjasliga lýsa tær tvey ymisk broytingartíðarskeið í Føroya søgu, hin fyrra »Men lívið lær« (1970) tíðina um aldaskiftið 1800, hin seinna »Tað stóra takið« (1972) tíðina um aldaskiftið 1900.
»Men lívið lær« hevur ikki, men átti ivaleyst at havt undirheitið ævintýrskaldsøga, tí so ævintýrkend tykist lýsingin av høvuðspersóninum, konubrotinum, Duritu, sum við lyndiseyðkenninum »sjálvsvirðing« í hásæti fær upp á føtur alt niður-fyrikomið, hon gevur seg í holt við.
Umframt at vera ein lovsongur til hugtakið »kvinnuna«, »almóðurina«, er skaldsøgan ein virðismikil siðsøgulig lýsing av broytingartíðini, tá føroyingurin tveitti av sær bátsbandið, kravda húskalla- og arbeiðskonuokið og steig úr miðøld út í eina ljósari tíð.
Seinna bókin er bygd upp um húsfólkini á Fornagarði í bygdini Kolsvík. Hon lýsir broytingartíðina um 1900, tá føroyska samfelagið frá at vera bóndasamfelag burturav broytist til eitt fiskivinnusamfelag.
Hvussu ávirkar hetta fornagarðsfólk, at tey nú frá at vera tey ráðandi í bygdini knappliga standa hjálparleys, tí húskallurin, mín sann yngru bóndasynirnir við, leita til skips og arbeiðskonurnar fara at ganga í fisk á keypsplássunum?
Í slíkum umstøðum sæst, hvat tæri í fólki er.
Onkur roynir at skilja umskiftið, annar leitar alt djúpari inn í sjálvgleði og hatur, meðan triði brýtur upp um armar: Fáa vit ikki arbeiðsmegi, mugu vit reka garðin við nýmótans tólum.
Í stuttsøgusøvnunum hjá Heðin Brú finna vit tvey høvuðssløg av prosapettum. Stubbamir, har náttúran sjálv livir og andar, eiga yvirvág í fyrstu søvnunum, meðan rættiliga stuttsøgan við spennandi gongd úr enda í annan vinnur alt meira fram, sum árini líða, og hevur yvirvág í seinnu søvnunum.
Í stubbunum hittir tú høvundin reikandi í føroyska haganum, eygleiðandi lív og gróður »norðan fyri Hagagjógv«, við »Krossvatn« og á gonguferð av Skálatoftum norður um Múlan. Og á ferðum sínum hittir hann seyðamannin, miðamannin, skilamannin, føroyingin »Høgna hin gamla«, »Halgir« og »Jóannes«.
Stuttsøgurnar eru fjølbroyttar til innihalds. Her finnur tú ferðafrágreiðingar sum t.d. »Í Dalhúsi«, søgur bygdar á sagnatilfar »Púrkhús«, skemtisøgur »Mín fyrsti skúladagur« og søgur um hatifuglin, t.d. »Bolli í Grágerði«.
Heðin Brú hevur lagt úr hondum stórt týðaraverk, stórt bæði í rúgvu og dygd. Hann hevur týtt ein hóp av ævintýrum, barnabøkur og flutt yvir á føroyskt so mætar høvundar sum Shakespeare og Dostojevski.
Heðin Brú fer at standa sum ein hin allarstørsti prosahøvundur okk-ara, hann sum meir enn nakar annar við tokka, kærleika og føroyingin, ið gamla bóndavarnum kæti lýsti hevði røtur sínar í samfelagnum.
Hóskiligt kundi verið at enda umrøðuna við hesum broti úr eini av fáu yrkingum hansara, kantatuni »Fedranna talu«:
»Grein honum lutir, í ættin kosti
til stavnhald:
Lívføri títt er slektin, tey sum í
mold liggja.
Komu tey stutt ella longur, víðari
tú skalt byggja.
Lívlát er ikki deyðin,
lívlát er hetta at seta førningin av
sær við vegin,
tað sum frá fedrunum goymdist
og sum tú sjálvur søkti, meðan tú
førkaði fótin.
Sonurin tekur aftur viðføri títt at
bera longur fram á vegin.
Deyðin er tað at søpla úr
goymslum tað dýra gullið,
lata tað fjara í skríni, meðan tú
góðsið goymdi —.
Hevur tú einki at flýggja uttan ta
tómu tægu,
ert tú ein deyður maður.«
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).
Bókmentatíðarritið "Varðin"
Í Tingakrossi 23/3-1921 finna vit hendan stubban:
»Fyrsta hefti av nýggja tíðarskriftinum, sum felagið »Varðin« gevur út, er nú útkomið. — Tíðarskriftið er ætlað at koma í 8 heftum um árið. Ritstjóri er Richard Long.
Umslagið er skrýtt við eini vakrari mynd: Varðin, ið hevjar seg móti himli, har sólin roðar yvir sund og fjørð og bygdarlag. Ein rungandi kvøða til Føroya málið av J. H. O. Djurhuus er inngangur, Sverri Patursson hevur langa og frálíka forvitnisliga grein — við myndum — um lomvigan. Símun av Skarði skrivar »Úr ymsum ættum« um »Rusland og Lenin«, Richard Long hevur týtt »Kvæðið um falkin« eftir Maxim Gorki, Christian Matras, Poul F. Joensen og M. A. Jacobsen eiga vakrar yrkingar; henda seinasta, »Heimmynd«er skaldsligur dýrgripur.
Allir limir »Varðans« fáa tíðarskriftið fyri einki. Og tað verður óivað vert at eiga.«
Longu í hesum fyrsta Varðaheftinum stíga tveir ungir yrkjarar fram, hin 22 ára gamli Poul F. Joensen úr Sumba og hin 20 ára gamli Chr. Matras av Viðareiði.
Í 3. bindi 1923 finna vit stuttsøgu og yrkingar eftir 24 ára gamla Hans Dalsgaard úr Skálavík.
Stóru prosameninir koma nakað seinni: 37 ára gamli oyndfirðingurin H. M. Ejdesgaard fær fyrstu søgu sína prentaða í 4. bindi 1924, Heðin Brú stígur fram 28 ára gamal í 9. bindi 1929 og Martin Joensen 31 ára gamal í 13. bindi 1933.
Maurentius Viðstein, kemur ikki við í Varðan fyrr enn í 1940, men kortini hevði hann áðrenn hetta gjørt vart við seg, fyrst í »Føroya Sosialdemokrati«, seinni í »Dagblaðnum«.
Samfelags- viðurskifti og "Varðin"
Búskaparliga versna tíðirnar stórliga um allan heim, sum 20-árini líða at enda.
Heimskreppan, ið kemur í hæddina í 1929, hevur við sær arbeiðsloysi og lønarniðurskurð.
Byrjanin av 30-árunum er í mangar mátar tronglig tíð í Føroyum. Heimskreppan veldur mangan húsagangin, inntøkurnar eru sera lágar, prísirnir ikki tilsvarandi, og undan íslandi frættist mangur sorgarleikur, ið tekur einstaka húshaldinum og vinnulívinum dygt.
Hetta eru árini, nýstovnaði javnaðarflokkurin fær undirtøku úti millum fólk, hann fær umboð á ting í 1928 og veksur upp gjøgnum 30-og 40-árini. Føroyskur politikkur fær ein annan høvuðsspurning at dragast við enn toganina millum samband og sjálvstýri.
Uttan úr stóru verð frættist um einræðisharrar, ið koma til valdið, sum dubba seg hernaðarliga og leggja fram krøv um yvirvaldsrætt yvir landaøkjum, ið aðrir eiga.
Á bókmentaøkinum leggja bæði yrkjarar og prosafólk frá landi í bókmentatíðarritinum »Varðanum«, ið fyrstu ferð kemur út í 1921, og uttan iva í tráð við politisku gongdina sær *sosialrealistiskur skaldskapur dagsins ljós seinast í 20-árunum.
Hetta verður stóra skaldsøgutíðin í føroyskum skaldskapi.
Menninir, ið hoyra til hetta tíðarskeiðið, skriva einar tjúgu *skaldsøgur — o.u. ein helmingur upprunaliga skrivaður á føroyskum, ein helmingur á donskum.
Á yrkjaraøkinum fáa vit stóran náttúruskaldskap og á fyrsta sinni í yrkingalíki samfelagsrevsandi skaldskap við hvøssum broddi.
*Stuttsøgan eigur góð kor, meðan *sjónleikurin enn tykist tøva á gomlum gøtum.
Upplestur
Tekstir eftir Heðin Brú í Les bókunum: