Jákup Nolsøe (1776-1889)
Hann varð borin í heim úti í Nólsoy í 1776 og var yngsti bróðir Nólsoyar Páls. Hann kom ungur inn til Havnar at arbeiða í Kongliga handlinum, fyrst sum bókhaldari, men í 1831 gjørdist hann forvaltari, hóast mótstøða mundi vera móti, at hann fekk hetta starvið, tí sum tikið varð til í einum brævi, hetta kundi vera vandamikið »da han som Indfødt hang sammen med Færingerne, og Handelen snart vilde komme til at lide derunder«.
Hesum seinastu hugsanunum gjørdi Jákup Nolsøe til skammar, tí hann stýrdi handlinum við hepnari hond, og handilin var í hansara forvaltaratíð væl fyri. Jákup Nolsøe doyði 1869.
BÓKMENTAVERK: Jákup Nolsøe var ein fróður maður. Hann dugdi fremmand mál og var væl inni í norrøna fornmálinum. Sagt verður frá, at hann hevði fyri at lesa upp úr fornum søgum og gav tá tekstinum føroyskan framburð, so tey, ið lýddu á, kundu skilja. Tá fyrsta bókin á føroyskum kom í 1822, H. C. Lyngbye: »Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt«, og tá onnur bókin kom í 1823 »Evangelium Sankta Matthæussa...«, fanst Jákup Nolsøe at rættskrivingini og førdi fram, at vit heldur áttu at nýtt eina stavseting, sum bygdi á fornmálið. Áhugaður sum hann var fyri rættskrivingarspurninginum, setti hann sær fyri at gera eina føroyska mállæru, og hon var liðug í handriti onkuntíð seinast í 1820-árunum. Handritið var í kvartstødd og taldi tilsamans 168 síður, tað er nú í varðveitslu á Føroya Landsbókasavni, men mál-læran er ongantíð komin út prentað. Til er eisini eitt handrit eftir hann við eini týðing av einum parti av Jómsvíkingasøgu; hetta handritið er frá 1829. Jákup Nolsøe var eisini góður kvæðayrkjarir.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.