Skip to main content

Bjørnstjerne Bjørnson (1832-1910)

Bjørnstjerne Bjørnson var føddur í Kvikne í Noregi, har pápin var prestur. Pápin var av bóndaætt. Bjørnson vaks upp í Romsdali og gekk í skúla í Molde. Í 1850 fór hann á studentaskúla í Christiania (núverandi Oslo) og tók prógv har í 1852. Hann ummælti samstundis bókmentir og sjónleikir í dagbløðunum.

Hann hevði serligan áhuga fyri sjónleiki og var ein av oddamonnunum í stríðnum fyri, at norðmenn skuldu fáa sítt egna tjóðleikhús. Eina tíð í sínum ungdómi var hann stjóri í sjónleikarhúsinum í Bergen. Hann var sera virkin yvirhøvur, men eisini sum høvundur og skrivaði bæði skaldsøgur, stuttsøgur, leikrit, yrkingar og ummæli. Hann var longu í 1862 mettur sum norskt tjóðskald, og í 1863 kom hann á norsku fíggjarlógina – bara fá ár eftir, at hann av álvara var farin undir at skriva.

Bjørnson ferðaðist nógv úti í Evropa og var virkin á fleiri samfelagsligum økjum, har hann stríddist fyri rættvísi og friði, og fyri at smátjóðirnar í Evropa fingu sjálvræði. Hann var høvdingaligur í ásjón, var nógv umbiðin og tiltikin fundarrøðari og ein av undangongumonnunum at vinna Noregi fullveldi í 1905, tá ið svensk-norska samveldið varð upployst. Hann yrkti norska tjóðsangin: „Ja, vi elsker dette landet, som det stiger frem.“ Bjørnstjerne Bjørnson fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 1903.