Skip to main content

Líggjas í Bø (1938-)

Hann er føddur í 1938. Hann æt upprunaliga Eli Sørensen, men keypti sær seinni navnið Líggjas í Bø. Aftan á lokið realprógv var hann til skips í eitt ár, fór í 1956 niður á háskúla, fyrst á Købmandsvile, seinni á altjóða háskúlan í Helsingør. Hann fór so undir hægri handilslestur á Niels Brock-skúlanum og leyk prógv í 1959. Heimafturkomin arbeiddi hann í Samvinnufelagnum í Havn í um 3 ár, var so í nøkur ár vikarur á Trøllanesi - um sumrini til skips.

Í 1968 fór hann undir grannskoðaravirki í Klaksvík, og var hann við til at seta á stovn dátuvirkið Com-Data.

So av og á hevði hann fyrst í sekstiárunum yrkingar og onkrar týðingar í »14. September« og »Framanum«, og í 1964 gav Oyggjaframi út savnið »Til lívið«.
 
Innihaldið í savninum kann greidliga skiftast sundur í tríggjar bólkar, týðingar eftir eitt nú Gelsted og Pasternak, lyriskar náttúruyrkingar um summar og várligan vind,»Jørðin / á ferð / gjøgnum rúmdir / vælsignað / av sólum«, og politiskt medvitnar yrkingar, sum gera Líggjas til nýskapara í føroyskum skaldskapi.

Í hesum bólki viðger hann atombumbuvandan og spyr »Skal tað henda?«, hann yrkir samkensluljóð um tey myrdu í Sharpwille í Suður Afriku, og samstundis sum hann minnist hugsjónarmannin Julian Grimau, ið varð skotin í einum fongsulsforgarði í fascistiska Spania, háðar hann havisjúkuna, tá ið hann speiliga greiðir frá monnum í Føroyum, ið eru so grammir eftir jørð, at teir eta mold. Útgangsbrotið í yrkingini ljóðar:

»Og eina ferð
verður gleði teirra fullkomin,
 og teir skulu verða til gleði fyri
samsintar eftirkomarar: teir
skulu verða til mold!«

Árini upp til 1970 síggjast yrkingar eftir Líggjas í Bø so av og á í Varðanum, men so frættist einki frá honum aftur, og enn stendur »Til lívið« sum einasta savn hansara - fleiri munnu halda tað vera spell, at so er.

Sekstiárini

Eins og fimtiárini vóru tað, eru sekstiárini eisini merkt av hugsjónarliga tvídráttinum millum stórveldini.

Berlinmúrurin setir mark millum bæði Týsklondini, og Kubakreppan hóttir heimsfriðin. Niðurbundin lond í Afriku rembast við og tveita av sær hjálandaokið, blámenn í Suður-Afriku og USA krevja síni sjálvsøgdu rættindi og mannsømandi kor, men verða nívdir undir byrsumúla. Seinni setir USA sær fyri at bumba sosialistiska Norður-Vietnam aftur í steinøldina, men verður fyri svíðandi ósigri, og Sovjet ger innrás í Tjekkoslovakíið, at bjarga sosialismuni í landinum, meta teir sjálvir, at kúga fólkaræðið, meta vestanlond.

Ungfólk taka tíðina so ymisliga, summi eru medvitin og gera uppreistur, onnur dyrka vakurleikan sum blómubørn, og uppaftur onnur flýggja undan veruleikanum inn í rúsnýtslu og mistreysti.

Heima hjá okkum verður hetta tíggju ára skeiðið í stóran mun merkt av, at NATO-herstøð seinast í fimtiárunum ímóti fólksins vitan og vilja verður lumpað inn á okkum. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir, so ymiskir hugsjónarliga, finna saman í landsstýrissamgongu 1963-66, og fiskimarkið verður flutt út á tólv fjórðingar, heimaútróðrinum til miklan frama. Síggja vit burtur frá drúgvu skaldsøgu Jens Paula Heinesens »Tú upphavsins heimur« 1962-66, mugu vit siga, at sekstiárini, hvat ið skaldskapi í óbundnum máli viðvíkur, eru sera fátækslig; skaldsøgur koma fáar, og stuttsøgurnar eru ótættar. Á sjónleikaøkinum hendir tað gleðiliga, at útbúgvin føroyskur sjónleikari kemur heim at virka og kunnar føroyska áskoðaran við framtakshugaðar sjónleikahøvundar sum Brecht og Ionesco - men enn sum áður er langt millum føroysku upprunaleikirnar.

Hugsa vit um nýskapan í hesum tíðarskeiði, verða vit at snúgva okkum at bundna  skaldskapinum. Rætt er tað,  at nógv verður yrkt, ið er meinlíkt gomlum yrkingasniði, men tvær nýskapanarleiðir verða gingnar.

Til Lívið

Á heysti 1962 verður í Keypmannahavn lív endurkveikt í ungmannafelagið Oyggjaframa, ið sum stavnhald hevur sjálvstýri og sosialismu. Felagið gevur í oktober hetta árið út 1. nr. av mánaðarblaðnum »Framin«, sum er komin toluliga regluliga síðani. Blaðstjóri er Tórður Debes Joensen, seinni Jóansson, og í blaðnevndini eru umframt Hans Jákup Debes og Tummas Napoleon Djurhuus.

Úr hesum studentaumhvørvi brýtur fyrsta nýskapanaraldan, samfelagsliga og politiskt medvitin yrkingalist, ið minnir teg á, at eingin hevur nóg mikið við sínum egna, heldur er hvør einstakur partur av stórari heild og má taka støðu til spurningar, ið uppi eru, eisini fjart frá Føroyum.

»Nú leika vindar um Afriku,
 á fløtum og fúkandi sandi.
Úr dungum av brendum gróti
skal reisast hitt nýggja landið«.
(Líggjas í Bø: »Suður Afrika«)

Fremstu umboðsmenn fyri hesa leiðina eru teir tríggir Líggjas í Bø, ið gav fyrsta og einasta savn sítt »Til lívið« út í 1964, Arnbjørn Danielsen, ið gevur fyrsta savn sítt »Várvindar« út í 1966, og Rói Patursson, ið stígur fram í ónavngivnum yrkingasavni í 1969.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.