Rói Patursson (1947-)
Rói Patursson var føddur í Havn í 1947, og har vaks hann upp. Hann fór ungur til skips, arbeiddi og ferðaðist ymsastaðni í Evropa. Fór so aftur á skúlabonk og tók útbúgving á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í heimsspeki. Hann hevur nú í mong ár verið skúlastjóri á Føroya Fólkaháskúla.
Rói er serliga kendur fyri sínar yrkingar, men hevur eisini skrivað stuttsøgur og ritroyndakendar prosastubbar. Í sínum yrkingum ferðast hann millum náttúru og menniskja, barnið og tann vaksna heimin, tað innara og tað ytra landslagið. Hann flytur seg frá tí persónliga og kensluborna til tað politiska og samfelagsliga.
Í 1986 fekk Rói Patursson norðurlendsku bókmentavirðislønina í føgrum bókmentum fyri yrkingarsavnið „Líkasum“ 1985. Harumframt hevur hann fingið Bókmentavirðsløn M. A. Jacobsens í 1969 og 1988.
Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl
Hann er føddur í Havn í 1947, og her vaks hann upp og gekk í skúla. Sekstan ára gamal fór hann til skips, var sjómaður í tvey ár og arbeiddi eitt ár í Íslandi.
Í 1966 fór hann í realskúla og tók prógv í 1968 - seinni hetta árið ferðaðist hann í Onglandi, Fraklandi og Spaniu. Árini 1969-74 arbeiddi hann sum verksmiðjuarbeiðsmaður í Keypmannahavn, fór so á HF-skeið og tók prógv í 1976. Síðani hevur hann lisið heimspeki við lærda háskúlan í Keypmannahavn.
Longu trettan ára gamal læt hann »14. September» fyrstu yrking sína, og síðani hevur hann av og á latið frætta frá sær í studentanæmingablaðnum »Vitanum«, í »Glugganum«, »Varðanum«, »Skeggjanum« og »Framanum«.
Í 1969 læt hann úr hondum navnleyst yrkingasavn við 15 yrkingum, og í 1976 kom »Á alfaravegi« við 19.
Fyrstu royndirnar eru, bæði hvat orðavali, evnisvali og rími viðvíkur, afturljóð frá runnum tíðum,
»Við virðing velduga virki,
við stórari makt og styrki,
ei gavst tær tann beiska skál
at vera gloymt av føroyingasál
tú móðurmák.
(Móðurmálið, 1962) brot.
men sum frá líður, loysir hann seg úr vanabundnum sniði og yrkir rímleyst.
Í størri mun enn nakar annar føroyskur yrkjari er Rói barn av síni tíð, landastrok, Beatles-viðhaldsmaður, uppreistrarmaður, sum í álvara spyr hin syngjandi trúboðaran »hvat fanin billar tú tær inn«.
Umframt hetta eyðkennið sum »føroyski unglingin í sekstiárunum« hevur Rói tvey onnur høvuðseyðkenni, ið við honum koma inn í føroyskan skaldskap.
Hitt fyrra er samhugi hansara við alheimsarbeiðsmannin.
»Minnisvarði tín
er heimurin.
Strævið var lívið.
Við stási og sangi
tínir drápsmenn
verða jarðaðir
við einglaveingjum«.
(Arbeiðarin, 1964)
Soleiðis yrkir hann seytjan ára gamal, og á yrkjaraleið síni er hann ikki vikin frá hesi síni hugsan, heldur kennir hann seg, sum frá líður, meira og meira sum ein teirra,
»vit eiga stríðið og lívið«.
Seinna høvuðseyðkennið er tulkan hansara av útlegdini. Fyri honum er hon ikki nøkur grátulig byrða, men ein spennandi avbjóðing full av lívi og møguleikum - tó gloymir hann ongantíð í hesi ásannan uppruna sín.
»altíð var hann í parti við grasinum«
sigur hann í yrkingini um »Grasið og hin seinasta Mohikanan«, og hóast hann kann speireka og klikkja niður á trongskygni og illnatni, dagar tokki til føðilandið altíð undan í skaldskapi hansara:
»Mítt hjartagrípandi móðurland,
pyntað við alskyns beistagerðum
blomstrandi við reinasta kærleika,
søkklaðið við klandri,
mítt eirindaleysa hjartaland«.
(Nationalisma) brot.
Umframt yrkingar hevur Rói skrivað nakrar *stuttsøgur og *ritroyndarkendar stubbar.´
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).
Sekstiárini
Eins og fimtiárini vóru tað, eru sekstiárini eisini merkt av hugsjónarliga tvídráttinum millum stórveldini.
Berlinmúrurin setir mark millum bæði Týsklondini, og Kubakreppan hóttir heimsfriðin. Niðurbundin lond í Afriku rembast við og tveita av sær hjálandaokið, blámenn í Suður-Afriku og USA krevja síni sjálvsøgdu rættindi og mannsømandi kor, men verða nívdir undir byrsumúla. Seinni setir USA sær fyri at bumba sosialistiska Norður-Vietnam aftur í steinøldina, men verður fyri svíðandi ósigri, og Sovjet ger innrás í Tjekkoslovakíið, at bjarga sosialismuni í landinum, meta teir sjálvir, at kúga fólkaræðið, meta vestanlond.
Ungfólk taka tíðina so ymisliga, summi eru medvitin og gera uppreistur, onnur dyrka vakurleikan sum blómubørn, og uppaftur onnur flýggja undan veruleikanum inn í rúsnýtslu og mistreysti.
Heima hjá okkum verður hetta tíggju ára skeiðið í stóran mun merkt av, at NATO-herstøð seinast í fimtiárunum ímóti fólksins vitan og vilja verður lumpað inn á okkum. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir, so ymiskir hugsjónarliga, finna saman í landsstýrissamgongu 1963-66, og fiskimarkið verður flutt út á tólv fjórðingar, heimaútróðrinum til miklan frama. Síggja vit burtur frá drúgvu skaldsøgu Jens Paula Heinesens »Tú upphavsins heimur« 1962-66, mugu vit siga, at sekstiárini, hvat ið skaldskapi í óbundnum máli viðvíkur, eru sera fátækslig; skaldsøgur koma fáar, og stuttsøgurnar eru ótættar. Á sjónleikaøkinum hendir tað gleðiliga, at útbúgvin føroyskur sjónleikari kemur heim at virka og kunnar føroyska áskoðaran við framtakshugaðar sjónleikahøvundar sum Brecht og Ionesco - men enn sum áður er langt millum føroysku upprunaleikirnar.
Hugsa vit um nýskapan í hesum tíðarskeiði, verða vit at snúgva okkum at bundna skaldskapinum. Rætt er tað, at nógv verður yrkt, ið er meinlíkt gomlum yrkingasniði, men tvær nýskapanarleiðir verða gingnar.
Til Lívið
Á heysti 1962 verður í Keypmannahavn lív endurkveikt í ungmannafelagið Oyggjaframa, ið sum stavnhald hevur sjálvstýri og sosialismu. Felagið gevur í oktober hetta árið út 1. nr. av mánaðarblaðnum »Framin«, sum er komin toluliga regluliga síðani. Blaðstjóri er Tórður Debes Joensen, seinni Jóansson, og í blaðnevndini eru umframt Hans Jákup Debes og Tummas Napoleon Djurhuus.
Úr hesum studentaumhvørvi brýtur fyrsta nýskapanaraldan, samfelagsliga og politiskt medvitin yrkingalist, ið minnir teg á, at eingin hevur nóg mikið við sínum egna, heldur er hvør einstakur partur av stórari heild og má taka støðu til spurningar, ið uppi eru, eisini fjart frá Føroyum.
»Nú leika vindar um Afriku,
á fløtum og fúkandi sandi.
Úr dungum av brendum gróti
skal reisast hitt nýggja landið«.
(Líggjas í Bø: »Suður Afrika«)
Fremstu umboðsmenn fyri hesa leiðina eru teir tríggir Líggjas í Bø, ið gav fyrsta og einasta savn sítt »Til lívið« út í 1964, Arnbjørn Danielsen, ið gevur fyrsta savn sítt »Várvindar« út í 1966, og Rói Patursson, ið stígur fram í ónavngivnum yrkingasavni í 1969.