Skip to main content

Billa Hansen (1864-1951)

Billa Hansen var úr Koytu heima á Sandi. Móðirin æt Malena og faðirin Jógvan, ið var fiskimaður. Hon var systkinabarn Sigrid (gift Niclasen) og Jakob Jakobsen, og saman við honum yrkti hon eina grindavísu. Hon gekk í Vældegaard Kvindeskole í Gentofte og skrivaði grein um skúlan í Dimmalætting, har hon eggjar „Landsmandinder" sínar til at fara hagar. Har fekk Billa holla bókmentaliga uppaling: „I løbet af Aaret ere de vigtigste af Hovedværkerne af den danske og fremmede Skjønlitteratur oplæste i disse Aftentimer [tá ið tær sótu við handarbeiði]". Billa tók lærarinnuprógv á Femmers Seminarium í 1894. Í 1906 var hon sett í fast starv á skúlanum í Brønshøj. Tá ið hon fór frá fyri aldur, flutti hon vegna sjúku aftur til Lillehammer, har hon hevði verið á ungum árum. Har hevði hon mist drongin í vanlukkutilburði. Hon yrkti átta yrkingar, sum vórðu prentaðar í Føriskun vysun og Sálmum og sangum, og almannakunngjørdar í handskrivaða blaðnum Várskoti. Ein av yrkingum hennara stendur framvegis í Songbók Føroya Fólks. Høvuðsevnið í yrkingum hennara er kærleiksmissur og einsemi.

Í brøvunum, sum hon skrivaði í Lillehammer til Mariu Mikkelsen sæst, at hon fylgdi væl við í føroyskum bókmentum, tí hon fekk bøkur og tíðarrit sendandi so hvørt, sum tey komu út.

Skaldskapur:

„Ain skægvarfer", Føriskar vysur 1892.

„Grindavysa", í somu bók - yrkt saman við Jakob Jakobsen.

„Ain útrórardävur um hæiste", í somu bók.

„Heimleys" (undirskrivað: Náttarravnur), Várskot 24.11. 1898.

„Við deyðasong hennara" (Ein náttarravnur), í sama riti.

„Í tonkum" (Náttarravnur), Várskot 12.4.1899 =

„Stendur í tonkum" Várskot des. 1899.

„Midnátt", (Náttaravnur) Várskot 1.5.1899.

„Tað lakkar til jól", Várskot desember 1899.

Grein um Vældegaard Kvindeskole, Dimmalætting 15.12. 1888.

Bókmentir:

Den danske Skolestat bd. 1, Kph. 1933, bls. 337.

Árni Dahl Bókmentasøga II, Tórsh. 1981, bls. 14.

Turið S. Joensen „En kvindelig selskabsvise" í At rejse ud for at komme hjem (magistararitgerð), Kph. Universitet 1987, bls. 116-119. Óprentað.  

Malan Simonsen „Reiki á degi, reiki á nátt" í Brá, nr. 5, 1984, bls. 24-31.

Úr: Malan Simonsen (nú Marnersdóttir): Bylgjurnar leika í trá. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1992.